18

03...Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi. Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn

  • Upload
    others

  • View
    2

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: 03...Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi. Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn
Page 2: 03...Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi. Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn

Annica Andersson, Beate Kvien Flaa, Ditte Plauborg Pedersen, Heidi Lønne-Grønseth, Marjun Patursson, Natasja Hvalsøe-Andresen, Merete Riber, Susanna Puisto, Marit Gunhild Sara, Brigita Urmanaite, Eha Vain, Ieva Hermansone, Maria Parr, Marjun Syderbø Kjelnæs, Kristinn Johannesson, Gunnar Hansson, Nanna Hermansson, Malene Berthelsen Lindgren, Heyday

Anne MalmströmHilde MugaasSara LundbergMartin Mohr Olsen, Jacob Mellåker

03

04

06

09

11

11

14

16

17

17

18

Vælkomin til Norðurlendsku Bókasavnsvikuna

Årsins evni: Vinalag í Norðurlondum

Sólarris

Skýmingarløtan

Hugskotslisti

Hugskot til Sólarris

Hugskot til Skýmingarløtuna

Ársins listaverk

Hugskot til aðrar barnabøkur

Hugskot til aðrar bøkur til vaksin

Hugskot til filmar

VerkætlanarstjóriRithøvundurListakvinnaDesign og layout

EIN SERSTØK TØKK TIL:

YVIRLIT

Page 3: 03...Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi. Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn

3BIBLIOTEK.ORG

9. – 15. november 2015 verður skipað fyri norðurlendskari bókasavnsviku fyri nítjandu ferð! Á stóra upplestrardegnum tann 9. november fara stór og smá at savnast á skúlum og bókasøvnum í Norðurlondum og Baltalondum at lurta eftir upplestri úr somu tekstum, samstundis. Tiltakið Sólarris fyri børn og ung byrjar kl. 9 um morgunin. Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi.

Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn at vera karmur um upplestrar, framsýningar, kjakfundir og mentanarupplivingar. Hóast vit eru stødd ymsastaðni, eru vit kortini saman í hesum felags tiltaki. Ársins evni er «Vinalag í Norðurlondum». Vinalag er

eitt týdningarmikið evni, og fer hetta at endurspeglast í upplestrartekstunum.

Hesin hugskotslistin er gjørdur til at geva tykkum, ið starvast á bókasøvnum og skúlum íblástur til, hvussu tit kunnu bjóða til eina spennandi og fjølbroytta skrá undir Norðurlendsku bókasavnsvikuni. Aftur at teimum trimum høvuðsbókunum er ein bókmentalisti, ein listi við filmum og uppskot til onnur tiltøk. Á heimasíðuni www.bibliotek.org er eisini annað tilfar at finna, ið kann brúkast í sambandi við upplesturin.

Vit ynskja øllum fyrireikarum og luttakarum nógvar góðar upplivingar á Norðurlendsku bókasavnsvikuni 2015!

VÆLKOMIN TIL NORÐURLENDSKU BÓKASAVNSVIKUNA

Page 4: 03...Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi. Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn

4BIBLIOTEK.ORG

FOTO: MALIN BARKELID | NORDJOBB PÅ ISLAND 2012

Eins og yrkingin hjá Mehrens sigur, er trupult at seta orð á júst, hvat vinalag er. Kortini heldur hetta ikki fólki aftur í at royna. Í bókmentum eru nógv vinaløg at finna, bæði millum persónar, ið lisið verður um, og millum lesara og bók. Í ár er vinalag evnið í Norðurlendsku bókasavnsvikuni. Fleiri góðar orsøkir eru til hetta.

Eitt vinalag er eitt tað týdningarmiklasta samband millum menniskju; fá ting kunnu geva somu tryggleikakenslu sum tað at vita, at mann hevur ein góðan vin! Onkuntíð leingist mann aftur til barnaárini og tey vinabond, ið tá vórðu knýtt, hava eitt heilt serligt pláss í hjørtum okkara. Vit hava øll tørv á góðum vinum, men eisini er umráðandi at kenna tilknýti.

Vinaløg finnast í nógvum sniðum: vinalag millum javnaldrar, millum persónar av sama kyni og millum persónar av ymiskum kyni. Vinaløg tvørtur um ættarlið, og sterk vinabond millum djór og menniskju. Eisini ber til at vera góður vinur við seg sjálvan og við onkran, ið er næstan fremmandur. Vinaløg byggja brýr millum menniskju, og kunnu eisini byggja brýr millum lond.

Vinalag og samstarv tvørtur um landamørk hevur stóran týdning fyri at varðveita semju og frið í heiminum. Norðurlendska samstarvið stendur stint, hóast hetta ikki altíð hevur verið so. Greitt er, at okkara søga - allir mentanarligu og málsligu eginleikarnir, ið vit hava til felags - ger tað lættari hjá okkum at vera vinir heldur enn

Stein Mehren, norskt skald

VINALAG Í NORÐURLONDUM

Hvørjum leiti eg eftir í vinalagnum?

Næstan ongum og tó meira enn eg

kann finna einsamallur

Page 5: 03...Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi. Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn

5BIBLIOTEK.ORG

FOTO

: ÓLA

FUR

ST

EIN

AR

GES

TSS

ON

, 201

4fíggindar við okkara grannalond. Tíbetur! Undir Norðurlendsku bókasavnsvikuni gerst hetta vinalag enn meiri sjónligt, tá vit savnast um eitt felags tiltak við upplestri úr norðurlendskum bókmentum. At baltisku londini hava so stóran áhuga í Norðurlendsku bókasavnsvikuni ber vitnisburð um, at eisini sterkt vinaband er millum Norðurlond og Baltalond.

Við evninum vinalag ynskja vit at leggja dent á margfeldi, ið finst í ymisku vinaløgunum, og lýsa evnið frá ymiskum og møguliga óvæntaðum sjónarhornum.

Ársins upplestur fyri vaksin er úr Egils søgu, ið er partur av Íslendingasøgum. Teksturin lýsir vinalag í aðrari tíð og aðrari rúmd enn hana, vit síggja á okkara døgum. Søgan lýsir vinalag, ið ber við sær sterkt trúfesti. Vafluhjarta, upplestrarbókin til børnini, lýsir eitt

annað slag av vinalagi - eitt ævintýrligt vinalag millum ein drong og eina gentu í eini friðsælari barndómsverð. Teksturin til ung er úr stuttsøgusavninum Skriva í sandin. Í savninum eru fleiri ymisk vinaløg, ið eru lýst úr ymiskum sjónarhornum. Tað er sum um, at øll kenna øll í Føroyum, men eingin veit alt.

Eitt vinalag er eitt slag av felagsskapi, og vit vóna at tit í bókasavnsvikuni fara at merkja hendan felagsskapin. Tá skipað verður fyri upplestri av somu tekstum samstundis, ber til at hugsa um øll tey, sum mann ikki kennir, men sum í eina løtu taka lut í somu uppliving tvørtur um landamørk.

Page 6: 03...Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi. Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn

6BIBLIOTEK.ORG

FOTO

: SIR

I JU

EL M

AR

TIN

USS

EN

FOTO

: SA

MLA

GET

.NO

VAFLUHJARTA (2005)Eg kann ikki gera við tað. Eg eri fullur av sjórænarablóði, segði eg við Lenu.Haha! Tað er so lítið, at tað rennur alt út, bara tú bløðir nasablóð, segði hon tvørliga. Lena kundi helst hugsað sær eitt sindur av sjórænarablóði sjálv, har hon stóð.

Í Vafluhjarta hitta vit Trilla og Lenu, einastu nýggju ára gomlu børnini í lítlu bygdini, sum verður nevnd Knert-Matilda. Tey finna upp á nógv spennandi, og onkuntíð gerst tað eitt sindur hættisligt. Viðhvørt bjóðar Didd-omman verðins bestu vaflur. Lena er besta vinkona Trilla, men hann veit ikki um hann er besti vinur hennara, tí hon hevur ongantíð sagt nakað um tað. Hann vónar tað, men kunnu tey vera bestu vinir, hóast Lena skjótt skal flyta? Vafluhjarta er ein skemtingarsom og hjartanemandi bók um vinalag, tá tað er stinnast og samstundis eisini, tá tað er mest viðbrekið.

MARIA PARR OG BO GAUSTAD Norska Maria Parr (f. 1981) gav út sína fyrstu bók, Vaffelhjarte, í 2005. Bókin varð væl móttikin, og fekk hon Nynorsk barnelitteraturpris og var í uppskoti til Brageprisen. Mong hava samanborið Mariu Parr við Astrid Lindgren, serliga orsakað av, at livandi og snildu høvuðspersónarnir í bókum hennara hava nógv til felags við Pippi og Emil hjá Lindgren. Vafluhjarta varð gjørd til sjónvarpsrøð í 2011. Seinni hevur hon givið út bókina Tonja Gliturdal, ið hevur fingið fleiri virðislønir.

Bo Gaustad (f. 1946) er norskur teknari, útbúgvin í Rom og Oslo. Hon hevur teknað fleiri enn 25 myndabøkur fyri børn. Í 2013 fekk hon Kulturdepartementets illustrasjonspris. Dómsnevndin lýsti hana sum eina “bókmentaliga listakvinnu við hollum kunnleika”.

Upplestur fyri børnum og ungum um morgunin. Vit hava valt úr tvær bøkur til morgunupplesturin í 2015. Vafluhjarta hóskar seg væl til børn frá seks ár og eldri. Skriva í sandin er ætlað teimum ungu.

SÓLARRISUPPLESTUR FYRI BØRNUM OG UNGUM

Page 7: 03...Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi. Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn

7BIBLIOTEK.ORG

FOTO

: BIR

GIR

KR

USE

FOTO

: FO

RLA

GET

TO

RG

AR

D

MARJUN SYDERBØ KJELNÆSMarjun Syderbø Kjelnæs (f. 1974) er føroyskur rithøvundur. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í Keypmannahavn, men býr nú í Føroyum og skrivar fulla tíð. Stuttsøgusavnið til ung Skriva í sandin (2010) vann barnabókavirðislønina hjá Nordisk skolebibliotekarforening í 2011 og var eisini í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2013. Hon hevur givið út bøkur fyri børn, ung og vaksin og hevur skrivað yrkingar, stuttsøgur og ein sjónleik.

SKRIVA Í SANDIN (2010)”Kanska skalt tú bara líka siga orsaka!” “Tað kann hon sjálv gera!” fýsir Erla so mikið hart, at ein eldri maður, ið situr á beinkinum frammanfyri, vendir sær á at hyggja. Tóki nikkar smílandi til hansara. “Onkur má gera tað fyrst!” teskar Tóki, tá ið maðurin hevur mist áhugan fyri teimum aftur. Erla setist við krosskastaðum ørmum; altíð skal Tóki blanda seg upp í alt.

Skriva í sandin er eitt stuttsøgusavn við tíggju stuttsøgum, ið eru tætt knýttar at hvørji aðrari. Søgurnar ganga fyri seg í Tórshavn, har tíggju sera ymisk ungfólk greiða frá í hvør sínari stuttsøgu. Nøkur av hesum ungu møtast, men tey uppliva hendingarnar á ymiskan hátt. Vit hitta ung, ið standa framman fyri smáum og stórum avbjóðingum. Ein drongur er forelskaður í vinmanninum, men torir ikki at siga honum tað. Ein annar roynir at gera tað gott aftur, eftir at hava skeldað sín besta vin. Ein triði berjist við etingarólag. Felags fyri hesar søgur er, at vinalag og gott samband við onnur er umráðandi. Og at menniskju ikki altíð eru tað, sum tey tykjast í fyrstuni.

Page 8: 03...Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi. Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn

8BIBLIOTEK.ORG

FOTO

: ÓLA

FUR

ST

EIN

AR

GES

TSS

ON

, 201

4

UM UPPLESTURIN

Bæði lærarar og bókavørðar kunnu lesa fyri børnunum. Eisini ber til, um høvi er til tess, at bjóða sjónleikara, rithøvundi ella øðrum persóni við áhuga fyri at bera fram bókmentir, at lesa upp. Er upplesturin fyri størri børn, kunnu nøkur teirra møguliga sjálv lesa upp. Stearinljós kann vera við til at hugna um løtuna. Er ljósvørpa ella líknandi til taks, kunnu myndir vísast úr bókini, ársins listaverki ella øðrum myndum.

Tað kann eisini vera stuttligt at lesa bøkurnar á upprunamálinum ella á øðrum norðurlendskum máli.

Útvaldu brotini úr Vafluhjarta og Skriva í sandin verða atkomilig á heimasíðuni hjá bókasavnsvikuni nakrar vikur áðrenn tiltakið byrjar. Vit mæla eisini til, at mann keypir ella lænir bøkurnar fyri at fáa bestu lesiupplivingina.

Page 9: 03...Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi. Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn

9BIBLIOTEK.ORG

FOTO

: WIK

I CO

MM

ON

S

SKÝMINGARLØTANUPPLESTUR FYRI VAKSIN

EGILS SØGA (ÚR ÍSLENDINGASØGUM)

Tá segði kongur: «Tað er ógvisligt, so nógv tú leggur í hetta, Arinbjørn, at veita Egili hjálp. Lítið dámar mær at gera tær skaða, tá ið tað frættist, at tú vilt heldur leggja títt lív við, enn at hann verður dripin. Men eg havi nóg nógvar orsøkir til at revsa Egil, hvat eg so vil gera verið hann.»

Íslendingasøgur verður mett at vera týdningarmiklasta norðurlendska íkastið til heimsbókmentirnar. Flestu søgurnar snúgva seg um landnámstíðina millum 10. og 12. øld, tá norðbúgvar, serliga norðmenn, settu búgv í Íslandi. Tær snúgva seg í høvuðsheitum um vanlig fólk, til dømis bøndur og fiskimenn og lív teirra. Hóast søgurnar siga frá fleiri, sum ferðast í Norðurlondum, er Ísland miðdepilin. Sum skrivikynstrið gjørdist meira vanligt í 13. øld, byrjaðu ónevndir høvundar at skriva søgurnar niður - áður livdu søgurna á mannamunni. Orðið «søga», kemur av «segja», ið merkir «siga» ella «greiða frá».

Í 2014 vórðu nýggjar umsetingar av íslendingasøgum til skandinavisku

málini givnar út í fullfíggjaðum savni. Í savninum eru 40 søgur og 49 táttar, ið eru stuttar frágreiðingar um íslendingar. Umsetingin var ein stór samskipað verkætlan, ið byrjaði samstundis í Svøríki, Noreg og Danmørk, við 15-24 umsetarum úr hvørjum landi. Bókmentaligir umsetarar og ráðgevar vórðu við til tess at tryggja, at málið bleiv nýmótans og livandi. Endamálið var at geva nýggjum lesarum betri innlit í samnorðurlendsku fornsøgurnar í íslendingasøgum.

Tað serkenda við íslendingasøgum er, at tær seta saman óbundna málið við yrkingar. Hesi brotini eru við til at bróta søgugongdina og samstundis sýna fram ein annan bardaga enn tann holdliga: Ein

Page 10: 03...Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi. Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn

10BIBLIOTEK.ORG

hvøss tunga ella pennur kann eisini vera eitt vápn. Ørindini geva eisini tekstunum ein meira skaldsligan dám.

Vit hitta eina øðrvísi samfelagsmynd og aðrar livihættir enn teir, ið eru at finna í Norðurlondum nú á døgum, og tó - ella kanska júst tí - verða vit hugtikin av hesum stóra verkinum. Hóast málið í søgunum kann tykjast kalt og turrisligt, eru tær fullar av sterkum kenslum. Á sama hátt kunnu søgurnar rúma ráar, mangan grovar frágreiðingar um harðskap og dráp og samstundis lýsa, hvussu sterk bondini millum menniskju kunnu vera.

Trúfesti var eitt týdningarmikið hugtak tá á døgum, tað sæst týðiliga á teimum sambondum, ið vit lesa um í íslendingasøgum. Trúfesti og vinalag eru mótsetningar til hatur og hevnd, og hetta lýsir ein áhugaverdan part av

norðurlendskari søgu og fortíðarinnar áskoðan av ættar- og vinabondum.

Í samband við íslendingarsøgur kunnu vit spyrja okkum sjálv, hvat vit virðismeta í okkara tilknýti til onnur menniskju og í okkara vinaløgum. Eru vit eins trúføst mótvegis okkara vinum, sum tey vóru tá á døgum? Nútímans vinaløg hava heilt aðrar avbjóðingar. Nú er størsta avbjóðingin kanska at finna tíð til hvønn annan og at raðfesta vinir í einari tíð, har vit hava so nógv annað um at vera. Samfelagið leggur dent á einstaklingin heldur enn felagsskapin, men vit mugu ikki gloyma, at onnur hava tørv á okkum, og at vit hava tørv á øðrum. Vit mugu seta okkum fyri at varðveita og røkta okkara góðu sambond.

UM UPPLESTURINNorðurlendsk bókasavnsvika hevur valt úr eitt brot úr Egils søgu, ið vit meta umboðar íslendingasøgurnar og ársins evni á ein sera góðan hátt. Saman við brotinum er ein inngangur og ein endi, ið kann lesast upp fyri betur at skilja samanhangin.

Brotið er at finna á heimasíðuni hjá bókasavnsvikuni nakrar vikur áðrenn tiltakið byrjar.

Brotini, ið verða nýtt til upplesturin, eru hesi: Kapittul LIX (59), síða 168-174, ørindi 33Kapittul LX (60), síða 175-182, ørindi 2, 3, 16, 20Kapittul LXI (61), síða 183-185, ørindi 34, 35Kapittul LXVII (67), síða 203-204, ørindi 43Kapittul LXVIII (68), síða 246-251, ørindi 10, 11, 13

Bókavørðir egna seg ofta væl at lesa upp. Eisini ber til at bjóða einum persóni uttanífrá at lesa upp, til dømis rithøvundi, sjónleikara ella øðrum, ið hava áhuga fyri bókmentum, upplestri, frásøgu ella mentanarmiðlan.

Page 11: 03...Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi. Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn

11BIBLIOTEK.ORG

FOTO

: ÓLA

FUR

ST

EIN

AR

GES

TSS

ON

, 201

4

HUGSKOTSLISTIHUGSKOT TIL SÓLARRIS

Vit vóna at ársins evni fer at vera við til at skapa góðar lesaraupplivingar og gott orðaskifti um vinalag í skúlum og bókasøvnum undir bókasavnsvikuni. Á hugskotslistanum eru nógv uppskot til virksemi, ið kunnu gerast saman við ørðum og einsamøll. Uppskriftir, tilfar og fleiri góð hugskot? eru at finna á heimasíðuni www.bibliotek.org.

INSTAGRAMKAPPING #NORDBIB15Hvat merkir vinalag fyri teg? Tak eina mynd ella skriva okkurt um vinalag og tak lut í instagramkappingini hjá Norðurlendsku bókasavnsvikuni á #nordbib15. Vit trekkja lut um virðislønir millum tey luttakandi.

Um tú ikki hevur instagram, kannst tú eisini luttaka á facebook við hashtag #nordbib15.

DEILA TÍNAR MYNDIR Á FACEBOOKHvussu skipar tín skúla ella títt bókasavn fyri Norðurlensk bókasavnsviku? Deila gjarna tínar myndir við okkum og fylgið við um hvussu tað fyrigongur í hinum londum. Deila myndirnar á vegginum til Norðurlensk Bókasavnsviku á facebooksíðuni: bibliotek.org.

Page 12: 03...Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi. Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn

12BIBLIOTEK.ORG

TOSIÐ UM VINALAG Í FLOKKINUMEftir upplesturin kunnu tit tosa eitt sindur um, hvat teksturin snúði seg um. Hvussu var evnið vinalag viðgjørt í tekstinum? Kennir tú nakrar av støðunum aftur? Hvat merkir tað at vera ein góður vinur? Hvussu vilt tú fegin hava, at vinir tínir skulu vera? Hvussu kennist tað ongar góðar vinir at hava? Kunnu børn og vaksin vera vinir? Hvat kann gerast fyri at eingin skal kenna seg uttanfyri?

TOSIÐ UM NORÐURLOND Í FLOKKINUMHvat vita tit um hini norðurlendsku og baltisku londini? Hvar liggja tey, hvussu síggja fløggini út og hvussu eita høvuðsstaðirnir? Hyggið at einum korti saman, kanska tit hava ein vinabý ella ein vinaflokk í einum av londunum?

Norðurlendsku londini hava tætt samstarv á nógvum økjum. Á heimasíðuni hjá Norðurlendsku bókasavnsvikuni fara vit at leggja eina spurnarkapping um Norðurlond út. Být flokkin sundur í bólkar og lat tey svara spurningunum í felag. Torleikastigið kann lagast til við at taka burtur valmøguleikar ella við at loyva hjálparamboðum eitt nú interneti og handbókum. Tit kunnu lesa meira um Norðurlond og norðurlendskt samstarv á heimasíðuni hjá Norrøna Felagnum og Norden i skolen.

BRÚKIÐ LÆRUPORTALIN “NORDEN I SKOLEN” Í UNDIRVÍSINGINI«Norden i skolen» er ókeypis netdepil til lærarar og næmingar, ið vilja arbeiða við máli og mentan, veðurlagi og náttúru í undirvísingini. Stovna brúkara á www.nordeniskolen.org, og fá atgongd til fjølbroytt úrval av undirvísingartilfari.

Á portalinum er tilfar um vinalag undir teiginum “sprog og kultur”. Fjølbroytt

teksta- og filmstilfar, tillagaðar uppgávur og norðurlendsk orðabók er at finna á síðuni. Lesið ein fagurbókmentaligan tekst um vinalag og loysið uppgávur, ið eru gjørdar til tekstin. Eisini er heilt serligt tykisflokshøli á portalinum, har møguleiki er at fáa samband við vinaflokkar og at loyva næmingunum at tosa við javnaldrar úr øllum Norðurlondum umvegis sjónbandskjatt.

GERIÐ EIN SJÓNLEIK

Gerið ein leik við støði í einum av upplestrartekstunum. Eisini ber til at gera sína egnu søgu um vinalag og síðani gera ein leik ella ein film, ið verður vístur fyri hinum í flokkinum. Søgan kann til dømis vera um onkran, ið hittist fyri fyrstu ferð. Hvat er tað, sum ger, at mann fer at skeldast, og hvussu biður mann orsaka aftaná?

TEKNIÐ, SKRIVIÐ OG LESIÐ

Teknið og skrivið eina søgu ella eina yrking um vinalag. Lesið yrkingarnar upp fyri hvør øðrum og vísið fram myndirnar, sum tit hava teknað. Ger eina límmynd um vinalag ella eina plakat at heingja upp í flokkinum ella á bókasavninum. Tað kann vera eitt kort við hugskotum

Page 13: 03...Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi. Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn

13BIBLIOTEK.ORG

um, hvat vinalag er, trivnaðarviðtøkur í flokkinum ella ein mynd, ið tit gera í felag.

GEV FLOKSFELØGUNUM EINA POSITIVA UPPLIVINGBið næmingarnar skriva nøvnini á floksfeløgunum niður á eitt pappírsark. Eitt sindur av gloppi skal vera millum nøvnini. Síðan skulu næmingarnir hugsa um tað besta, tey kunnu siga um hvønn persón og skriva tað undir nøvnunum. At enda savnar lærarin pappírsørkini saman og ger ein lista til hvønn næmingin, har tey kunnu síggja hvat hini hava skrivað.

GERIÐ VINAGÁVURBurtur úr vanligum tilfari so sum pappíri, tráði og farvublýantum ber til at evna vakrar vinagávur. Til dømis kunnu tit knýta vinararmbond, klippa ein ring av pappírsmenniskjum ella hekla ein amigurumi vin (heklaður figurur). Tað sigst, at hvør einstakur figurur hevur sál. Ein amigurumi er tí ein lítil vinur ella fylgisneyti, ið kann troysta eigara sín, tá ið hann er keddur ella strongdur. Uppskriftir og vegleiðingar eru at finna undir «tilfar» á heimasíðuni www.bibliotek.org.

VINABÓKTað ber væl til at gera sína egnu vinabók, har floksfelagarnir fáa hvør sína síðu til at skriva eina lítla heilsan, eina yrking ella eitt minni. Tit kunnu eisini gera nakrar spurningar, ið mann kann svara. Hetta kunnu vera spurningar um til dømis yndismat, bestu fyrimynd, ella hvat, ið tú ynskir at verða, tá tú verður stór/ur.

NORÐURLENDSKIR VINABÝIRFinnið út av hvør tykkara vinabýur er, og gerið eina framsýning um hendan bý. Tit kunnu eisini skriva eitt bræv til ein skúlaflokk í býnum.

NORÐURLENSKT KVØLD/NÁTT At vera á skúlanum um kvøldið/náttina er ein heilt serlig kensla. Saman við floksfeløgunum og møguliga øðrum flokkum kunnu tit skipa fyri einari hugnaløtu. Til dømis kunnu tit baka vaflur, lurta eftir tónleiki, hava upplestur ella hyggja at einum filmi.

Page 14: 03...Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi. Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn

14BIBLIOTEK.ORG

FOTO

: ÓLA

FUR

ST

EIN

AR

GES

TSS

ON

, 201

4

HUGSKOTSLISTIHUGSKOT TIL SKÝMINGARLØTUNA

Einki er so gott sum at hugna sær saman við øðrum, tá myrkasta tíðin er yvir okkum.Tendra stearinljós, baka piparnøtur ella vaflur og set te ella gløgg á borðið. Skýmingarløtan er løtan at savnast um tað besta, ið Norðurlond kunnu bjóða. Tit eru vælkomin at nýta fleiri hugskot av listanum í samband við upplesturin og at skipa fyri einum norðurlendskum kvøldi!

NORÐURLENDSKT FILMSKVØLDHyggið at einum filmi úr einum øðrum norðurlendskum landi. Niðast á hugskotslistanum er ein listi við norðurlendskum filmum, ið snúgva seg um vinalag. Eitt gott hugskot er eisini at seta filmskvøldið saman við upplestri og jólakøkum. Gevið gætur: minnist til at kunna tykkum um upphavsrættindini, áðrenn tit vísa filmin.

FYRILESTUR OG ORÐASKIFTIEisini ber til at bjóða einum professara, lektara at halda fyrilestur um Norðurlond, norðurlendskar bókmentir, søgu ella tungumál. Í samband við upplesturin hevði eisini verið áhugavert, um onkur kundi greitt eitt sindur meira frá um íslendingasøgur. Møguliga kunnu tit skipa fyri orðaskifti um, hvussu Íslendingasøgur kunnu setast í samband við samfelagið, politikkin og virðini nú á døgum.

VITJAN AV RITHØVUNDISkipið fyri einum rithøvundakvøldi, har tit fáa vitjan av einum ella fleiri norðurlendskum rithøvundum. Til dømis kann kvøldið byrja við upplestri og síðan halda fram við rithøvundasamrøðu, framløgu av nýggjari bók ella bara at tosa um, hvussu tað er at vera rithøvundur. Møguliga kann skipast fyri einum lítlum skriviskeiði í samband við tiltakið.

NORÐURLENDSKUR KRÓKUR Á BÓKASAVNINUMGerið ein krók á bókasavninum við bókum, ið snúgva seg um vinalag. Tit kunnu heingja eina plakat upp við ársins listaverki, seta upplestrarbøkurnar frá bókasavnsvikuni ella aðrar norðurlendskar bókmentir fram. Heitið á ein skúlaflokk um at gera tekningar um vinalag og vísið so hesar fram á bókasavninum.

Page 15: 03...Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi. Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn

15BIBLIOTEK.ORG

FOTO

: ÓLA

FUR

ST

EIN

AR

GES

TSS

ON

, 201

4UPPLESTUR ÚR ØÐRUM BÓKUMUpplesturin kann setast saman við upplestri úr øðrum norðurlendskum bókmentum. Sí lista við hugskotum til aðrar bøkur. NORÐURLENDSKUR SJÓNLEIKURSkipið fyri einum sjónleiki, gjarna við íblástri frá bókunum á bókmenalistanum. Annaðhvørt sjónleikarar ella áhugasjónleikarar kunnu brúkast.

POP-UP UPPLESTURFá samband við ein leiklistarskúla, fólkaháskúla ella okkurt líknandi og vita, um tey vilja fara út ymsa staðni í býnum og lesa upp úr tekstunum. Tey kunnu lata seg í, t.d. sum víkingar ella rithøvundar og samstundis reklamera fyri bókasavninum og Norðurlendsku bókasavnsvikuni.

KONSERTSkipið fyri einari konsert við norðurlendskum bólki ella sangara. Ongantíð betur um tónleikurin hóskar til evnið, antin í innihaldi ella huglagi. Tað kann vera alt frá klassiskum tónleiki til rokktónleik.

NORDISK VEITSLABjóða til eitt hugnaligt matkvøld, ella ger ein serligan norðurledskan rætt saman. Til dømis karelska pirogger úr Finnlandi, snobrød úr Danmark, ella rømmegrøt úr Noregi.

UPPLESTRARBÓLKARSavnið saman bókasavnsvørðar og sjálvboðin í upplestrarbólkar. Hesi kunnu síðan ferðast til skúlar ymsa staðni og lesa fyri børnunum.

Page 16: 03...Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi. Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn

16BIBLIOTEK.ORG

FOTO

: ALV

INA

FOR

LAG

.SE

ÁRSINS LISTAVERK

Svenska Sara Lundberg (f. 1971) hevur gjørt ársins listaverk. Hon er myndlistakvinna, teknari og rithøvundur og hevur nomið sær útbúgving í Stokkhólmi og Maryland í USA. Lundberg vann “Augustpriset” í 2009 fyri tekningarnar til bókina Skriv om och om igen. Sama árið gav hon út sína fyrstu myndabók Vita Streck. Næsta bókin Vita Streck och Öjvind var í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2013. Hon hevur havt listaframsýningar í m.a. Svøríki, Noregi, Onglandi, Frankaríki, Italia og Spania.

Niðanfyri kanst tú lesa hugleiðingarnar hjá Saru Lundberg um listaverkið, sum hon hevur gjørt til Norðurlendsku bókasavnsvikuna við evninum “Vinalag í Norðurlondum”.

Tað er í spælinum, at vinalagið festir røtur

Eg hyggi at myndini, sum eg havi gjørt. Eg verði altíð eitt sindur bilsin, tá alt er liðugt. Bilsin og eitt sindur sjálvatfinningarsom. Tað hoyrir til. Tí hvussu skal vinalag teknast? Eg eygleiði bátin, ið smýgur sær fram í summartáminum. Nøgd við skapið og spegilsmyndina í vatninum. Tríggir persónar í einum báti, kanska ein familja. Regnskjól, ið peika móti sólini. Sum tað er vælsignað at sigla á vatninum, heilsa upp á onkran og royna okkurt nýtt.Eg hyggi at gentuni, ið fer rennandi saman við abba sínum. Hon rópar á tvey, sum ganga yvir um brúnna. Hon vil hava samband. Hvørji eru tey og hvar fara tey? Kanska er tað onkur, hon kennir, ella kanska vil hon koma at kenna tey. Samband.Vinalag kann vera so mangt. Men hvussu kann alt tað savnast á einari mynd, uttan at myndin verður alt ov óruddilig ella alt ov romantisk? Eg veit ikki, eg eri eingin serfrøðingur. Eitt vinalag kann vera inniligt og tætt sum trúnaðarsamrøðan, loyndarmálið okkara millum. Vegurin vit

ganga á, jarðberini, ið vit henta. Eg kann spegla mær í tær. Eg kann hella meg inn at tær, okkum nýtist ikki at tosa, vit bara eru í kvirruni. Eitt vinalag kann eisini vera breitt og alfevnandi, sum brýr millum oyggjar, fólk, ið hitta fólk, mentanir, ið koma saman og fáa gleði av hvørji aðrari. Samstarv. Vinningur.

Tveir fuglar hyggja í eina bók, ið liggur á einum teppi. Frammanfyri dansa børn og vaksin saman í ringi. Drongurin í smekkubuksum hyggur undrandi at gentuni í reyðu klæðunum. Ein heimur av fjákan er fyri framman. Kanska var tað hon, sum tók í hond hansara, og hann fór aftaná, tí at eygu hennara glógvaðu av spæli og gleði. Okkurt freistandi.

Vinalag er eins og eitt lítið fræ, ið finst í tínum hjarta, og eg síggi tað í eygum tínum sum ein neisti. Vit spæla okkurt. Láturin lokkast fram og floymir sum ein á ímillum okkum, og tað er har, at vinalagið festir røtur.

Page 17: 03...Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi. Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn

17BIBLIOTEK.ORG

HUGSKOT TIL ANNAN LESNAÐ

BØKUR TIL SMÆRRI BØRNVaskedamen – Anna Fiske (no)Garmanns hemmelighet – Stian Hole (no)Vem ska trösta knyttet? – Tove Jansson (fi)Mummibøkene – Tove Jansson (fi)Ronja Rövardotter og Alla vi børn i Bullerbyn – Astrid Lindgren (sv)Pippi-bøkene – Astrid Lindgren (sv)Brune – Øyvind Torseter (no)Monster-bøkene av Jónsdóttir, Güettler og Helmsdal (no, is, sv)Gummi-Tarzan og Lille Virgil – Ole Lund Kirkegaard (dk)Kalaaq meeraqataalu / Kalaaq og hans venner - Juaanna Platou (gr, dk)Julia - arnaqquassaaq arnattartorlu / Julia – heksen og ånden, der vandrede - Juaanna Platou (gr, dk)Nasaq teqqialik piginnaanilik / Den magiske kasket - Kathrine Rosing (gr, dk)Miteraq aamma Bjarni / Miteraq og Bjarni - Mette Felbo (gr, dk)

BØKUR TIL STØRRI BØRN OG UNGMikkas fra Lapland – Kirsten Nordstrøm Hansen (dk)Leo og Mei – Synne Lea (no)Det är jag som är Lisa – Moa-Lina Croall (sv)Anton, jag gillar dig!, En vän som heter Mia og Janne, min vän – Peter Pohl (sv)Kompisboken og Bästisboken – Lin Hallberg (sv)Tonje Glimmerdal – Maria Parr (no)Det er sådan man laver krig – Flemming Jarlskov (dk)Tilstrekkelig vakkert – Synne Sun Løes (no)Tähtimosaiikki - Iida Sammalisto (fi) Selvitymispeli - Markku Karpio (fiMaresi: Punaisen luostarin kronikoita - Maria Turtschaninoff (fi)Virhemarginaali - Salla Simukka (fi)

BØKUR TIL VAKSINNu vill jag sjunga dig milda sånger – Lena Olsson (sv)Homo Sapienne – Niviaq Korneliussen (gr)Vennskap – Björg Thorhallsdottir (is, no)Jeg nekter – Per Petterson (no)Fvonk – Erlend Loe (no)Honningtunger – Helene Uri (no)Et rikt liv – Mirjam Kristensen (no)Isslottet – Tarjei Vesaas (no)Den kroniske uskyld – Klaus Rifbjerg (dk)Dina brev lägger jag undar madrassen. En brevvexling 1971–2002 – Astrid Lindgren och Sara Scwardt (sv)Ned til hundene – Helle Helle (dk)

Page 18: 03...Skýmingarløtan fyri vaksin byrjar kl. 19. Tíðirnar kunnu sjálvandi lagast eftir tørvi. Í vikuni fara fleiri enn túsund norðurlendskir og baltiskir skúlar og bókasøvn

18BIBLIOTEK.ORG

HUGSKOT TIL FILMAR

BØRN/FAMILJAEskil & Trinidad (se)Bare skyer beveger stjernene (no)Ikke naken (no)Isdraken (se)Hur många lingon finns det i världen (sv)Kan du vissla Johanna (sv)Äpplet & masken (dk)Risto Räppääjä ja Viileä Venla (fi)

UNGKick-it (no)

VAKSINBuddy (no)Alt for Egil (no)Jeg reiser alene (no)En man som heter Ove (sv)Blinkende lygter (dk)Zappa (dk)Känn ingen sorg (sv)

Inuusuttut – nunatsinni nunarsuarmilu / Ung i Grønland – Ung i verden (gr, dk)Paaraluta : Oqaluttuaaqqiat 16-it inuusuttunit allatat / Vi passer på hinanden : 16 noveller skrevet af unge (gr, dk)Ukiut trettenit qaangiummata / tretten år efter - Mâliâraq Vebæk (gr, dk) GU2 : Oqaluttuaaraq nuannersoq / GU2 : Den gode historie / GU2 : The Good Story (gr, dk, en)Asavaanga – asanngilaanga / Elsker mig – Elsker mig ikke (novelle samling udgivet på 16 forskellige sprog)