28
Kappingarárið 2017 23. juni Leikskrá nr. 6

23. juni533fe1f56f4cfaac108b-b217e0849b9f4bc2921b85751b536e22.r62.cf1.ra… · Lastvognskoyring v/ Erhard Dam Vága Fysioterapi v/ Klæmint Isaksen Dip.MDT ... P/F Duty Free FAE Vága

Embed Size (px)

Citation preview

Kappingarárið 2017

23. juni

Leikskrá nr. 6

Myndirnar í leikskránni í dag eru frá fyrsta dysti, eftir 07 Vestur var stovnað.Steypadystur 07 Vestur - Víkingur 20 mars 2008.Dysturin endaði 4-2 eftir brotssparkskapping, eftur vanliga leiktíð var støðan 1-1.

2

07 VesturPostboks 51370 Miðvágur

Formaður:Jim Sonni Guttesen [email protected]

Næstformaður:John Weihe [email protected]

Kassameistari:Jón Nordendal [email protected]

Nevndarlimur:Egil Petersen 07 Vestur leikskráÚtgevari: 07 Vestur

Ábyrgd:Fróði Poulsen Myndir og greinar.Jóanis Albert NielsenIngolf S OlsenJarnhold NattestadFróði Poulsen

Jarnhold NattestadVit vilja nýta høvið at ynskja Tór-Ingar Akselsen hjartaliga tillukku við enn einum varða á vegnum. Tór-Ingar spældi, á Tvøroyri sunnudagin, dyst nummar 150 á besta liðið okkara.

Tór-Ingar skjeyt eisini 59. mál sítt í dystinum, og legði seg uppá deilt fyrstapláss við flest málum, eitt met, sum Holgar Durhuus annars hevur havt einsamallur síðan dystin móti Skála 30. apríl. Holgar eru tó einsamallur á tindinum yvir flest dystir á besta liðinum, við 183 dystum. Eitt met, sum ikki verður innheintað í bræði.

Dysturin móti Víkingin í dag, er seinasti dysturin áðrenn summar steðgin. Næsta umfar verður sunnu dagin áðrenn Ólav-søku, 23. juli.

Áðrenn dystin liggja vit, við 11 stigum, á niðurflytingarplássi, 2 stig aftanfyri Skála og 3 aftanfyri EB/Streym. Vert er

at leggja merki til, at hini bæði árini, vit hava roynt okkum í EFFO-deildini, hava vit bert havt 7 stig eftir 13 umfør, so higartil í ár, hevur tað hilnast rættiliga nógv betri.

Gestirnir hava havt eitt sera gott kapp-ingarár inntil í dag. Víkingur liggur á 1. plássi við 26 stigum, sama stigatali sum KÍ, men við betri málúrtøku. Teir hava bæði skotið fleiri og latið færri inn enn klaksvíkingar. Saman við B36 hava teir skotið flest mál (29), og í verjupartinum (14 mál) eru tað bara NSÍ (12 mál), sum hava staðið seg betur.

Á heimavølli á Dungasandi er okkara mál enn sum áður, sigur og 3 stig. Seinasta dystin móti Víkingi, fingu vit 1 stig, men kundu saktans verið farin við øllum. Í dag skal tað verða!

Koyrið á 07 Vestur!

Vælkomin á Dungasand!

3

4

Jóanis Albert Nielsen

So er seinasti dysturin hjá okkum á skránni áðrenn EFFO-deildin fer í summarfríð. Hesuferð taka vit móti Føroyameistarunum frá í fjør Vìkingi. Víkingur er eisini fremst í deildini í ár.

Seinast vit møttu Víkingi tóku vit stig frá teimum, tá ið vit spældu ein 2-2 javnleik í Sarpugerði.

Eftir tapið seinasta dyst móti TB/FCS/Royn fóru vit niður um vanligu niðurflytingarstrikuna, og skulu vit nú til at kempa okkum uppum hana aftur.

Sum úrslitini higartil hava laga seg í næstbestu deildini í ár, so flytur bara

eitt lið niður úr EFFO-deildini, men tað kunnu vit ikki dúa uppá, tí okkara menn skulu royna at koma so langt uppá stigatalvuna sum møguligt.

Í 1. Deild eru tað bert AB, B68 og Giza Hoyvík ið kunnu flyta upp, og fyri at flyta upp skulu liðini verða millum trý tey fremstu. Í løtuni er AB nummar 1, B68 nummar 4 og Giza Hoyvík nummar 7.

Koyr á svartir, og haldið nú summar feriu yvir niðurflytingarstrikuni.

Skulu koma yvir niðurflytingarstrikuna

56

dei ldin2017

E�o ynskir øllum ein góðan dyst

E B / S T R E Y M U R

6

Lastvognskoyring v/ Erhard Dam

Vága Fysioterapi

v/ Klæmint Isaksen Dip.MDT Hjørleif Niclasen Cert.MDT,MFE Fyribyrging, diagnosteriserning Hornavegur 12 370 Miðvágur Tlf. 332 007

[email protected]

5

Skalt tú meta um framtíðinamást tú kenna fortíðina

Grannskoðan // Ráðgeving // Bókhald // Roknskapur

W W W . J A N U A R . F O

7

Ráðgeving, sum øll skilja

Bílegg fund á www.banknordik.fo/nordik360

Tað er heildin, sum telur

www.wt.fo

MYNDLIST

Rammusøla og -verkstaður ∙ Móritsarvegur 1 ∙ FO-188 Hoyvíktel. +298 25 95 05 ∙ www.facebook.fo/myndlist.fo ∙ [email protected]

8

Klárt til avheintan - einki roksTú kanst nú fáa bílagt og goldið tínar tollfríu vørur longu áðrenn tú kemur í Vága Floghavn.

Vel tínar vørur millum okkara mongu góðu tilboð í dutyfree.fo, koyr vørurnar í innkeypskurvina og avgreið ordran við tínum gjaldskorti.

Tá ið tú kemur í Vága Floghavn, hava vit pakka tær vøruna og kanst tú fara beinleiðis víðari á tínari ferð.

Einfalt, skjótt og einki roks.

Les meira og bílegg tínar vørur á www.dutyfree.fo.

Keyp on-line og slepp undan bíðirøð!

P / F D u t y F r e e F A E V á g a F l o g h a v n 3 8 0 S ø r v á g u r F a r o e I s l a n d s T e l . 3 5 4 4 0 0

Bilegg og gjald á heimasíðuni

Heinta vøruna í handlinum

Flúgv út í heim

1 2 3

Bilegg og gjald á heimasíðuni

Heinta vøruna í handlinum

Flúgv heim til Føroya

1 32

9

Banki - Trygging - Pensjón - Heim

Alt á sama stað

Betri pensjón, Eik banki, Tryggingarfelagið Føroyar og Inni skifta navn til Betri. Vit hava savnað allar okkara tænastur, soleiðis at tað gerst bæði lættari og betri hjá tær at vera kundi hjá okkum - alt á einum og sama stað.

10

Articon P/f · á Hjalla 20 · 188 Hoyvík · Tel. 350 700 · www.articon.fo

Heildarloysnir frá Articon

Sp/f Mykines Bryggjan 17 FO-380 Sørvágur Tel. +298 21 08 70www.mykines.fo

11

EINGJARTOFTIR 9 • SANDAVÀGUR • TEL 33 33 20

12

Erik Heinesen, Bøur Tel: 593602

Alt stoypiarbeiði

verður gjørt

13

Birita S. Samuelsen Advokatur

[email protected] fartlf. +298 283188

Mimi Steintórsdóttir Advokatur

[email protected] fartlf. +298 506030

Jógvan E. Winther Poulsen Advokatur

[email protected] fartlf. +298 219822

J.H. Schrøters gøta 7 Postsmoga 258

FO-110 Tórshavn Telefon +298 660500

t-postur [email protected]

Birita S. Samuelsen Advokatur

[email protected] fartlf. +298 283188

Mimi Steintórsdóttir Advokatur

[email protected] fartlf. +298 506030

Jógvan E. Winther Poulsen Advokatur

[email protected] fartlf. +298 219822

J.H. Schrøters gøta 7 Postsmoga 258

FO-110 Tórshavn Telefon +298 660500

t-postur [email protected]

Vágafólk lesa Vágaportalin

Vága Fysioterapi

v/ Klæmint Isaksen Dip.MDT Hjørleif Niclasen Cert.MDT,MFE Fyribyrging, diagnosteriserning Hornavegur 12 370 Miðvágur Tlf. 332 007

[email protected]

14

Atli Gregersen hevur verið aktivur í fótbólts-felagslívinum í Vágum, síðani hann sjálvur fekk børn, og hóast gøtumaður av uppruna, so er hann ikki í iva um, hvørjum hann heldur við í dag: 07 Vestur, sum hann eisini sjálvur hevur verið við til at stovna.

Ingolf S. Olsen

Lokala Gøtu-blóðið sigst vera tjúkkri enn tjøra, og sjálvt um gøtufólk meira enn so flyta í annað stað at búgva, so verður mentali nalvastrongurin sjáldan kvettur heilt av.

Ikki vist heldur, at ongin rest av gøtu-manni longur er í Atla Gregersen, tó at hann í skjótt 30 ár hevur búð í Sandavági, men tá tað kemur til fótbólt er ongin ivi – tá bankar hjartað 100 prosent fyri 07 Vestur.

- Tá eg fari upp í okkurt, um tað er vinnuligt virksemi ella felagsarbeiði, so geri eg tað av fullum huga og hjarta. Soleiðis bleiv eisini, tá eg fór upp í felags arbeiðið rundan um fótbóltin her vesturi. Eg fór upp í av fullum hjarta, og eg havi bara eitt hjarta, so nú bankar tað bara fyri 07 Vestur, sigur Atli Gregersen.

Helt við GÍHann er giftur við Eydnu úr Sandavági, og flutti úr Gøtu til Sandavágs at búgva í 1988. Í dag er hann stjóri í framkomnu

alifyritøkuni Hiddenfjord, sum hann eigur saman við brøðrum sínum. Hidden fjord er ein av teimum størru spons orunum hjá 07 Vestur.

- Tá eg kom vestur í Vágar at búgva, var GÍ á toppinum, og eg var ein øgiligur GÍ-viðhaldsmaður. Men so fekk eg børn, tey høvdu hug at spæla fótbólt sum onnur børn, og tí bleiv eg aktivur í SÍF. Eg fór sjálvur at venja tey yngstu, og so endaði eg uppi í nevndini. - Seinni fór eg eisini upp í arbeiðið rundan um FS Vágar. Sum tíðin leið, tók tað felagið alt plássið, og eftir nøkur ár var eg ikki GÍ-viðhaldsmaður meira, greiðir Atli Gregersen frá.

Børnini, Jón, Fróði og Vár, eru øll væl og virðiliga vaksin nú og ikki longur aktiv í lokala fótbóltinum, men Atli Gregersen er tó ikki vorðin minni heilhjartaður 07 Vestur-stuðul av tí orsøk.

FS VágarFS Vágar-samstarvið fevndi bert um vaksnamannafótbóltin, og Atli Gregersen kom í nevndina har í 2004. Framman undan hevði hann sitið í nevndini í SÍF í eini seks ár.

- FS Vágar-samstarvið var nakað buld-rut. Fyrst var tað bara SÍF og MB, men seinni kom SÍ upp í. Jákup á Stong-unum var formaður í SÍ tá, og vit vóru rættiliga samdir um strategiina. Vit hildu, at vágafótbólturin skuldi vera meira heilhugaður. Vit vildu hava allar

Atli heldur við 07 Vestur

5 15

aldursbólkarnar við og skapa ein felags identitet – sum fótbóltsfelag máttu vit gloyma SÍ, MB og SÍF. Men tað spældi ikki væl av, tí kenslurnar fyri teimum gomlu feløgunum vóru sterkar. Nú nú aftaná skilji eg væl, at vit helst vóru ov bráðir, men meiningin var alla tíðina at lyfta støðið upp á hædd við hini stóru feløgini í landinum. - Tað var eisini lættari at hugsa saman-legging í Sandavági og í Sørvági, tí feløgini har vóru aktiv í øðrum ítróttargreinum eisini, meðan MB í Miðvági bara hevði fótbóltin. Tí sóu fleiri har tað soleiðis, at ein samanlegging av fótbóltinum var tað sama sum at niðurleggja MB, sigur hann.

Vildi samanleggingJúst tá tað snúið seg um at leggja saman, smæddist upprunin hjá Atla Gregersen ikki burtur, tí meðan hann enn var íðin GÍ-viðhaldsmaður, hevði hann ofta agiterað fyri samanlegging av eysturoyarfeløgum.

- Eg var ímillum teir í Gøtu, sum áhaldandi segði, at GÍ átti at alliera seg við leirvíkingar og kanska eis-ini fuglfirðingar. So kanska havi eg skumpað eitt sindur undir saman-leggingina, sum endaði við, at GÍ og LÍF blivu til Víking – uttan at eg tó skal taka mær æruna fyri nakað sum helst í tí sambandinum, tí tað hendi langt eftir, at mítt fótbóltshjarta endaliga var flutt vestur í Vágar. - Men orsøkin til, at eg hugsaði soleiðis, var, at eg sá, at GÍ bleiv ov skroypi ligt samanborið við eitt nú KÍ, havna liðini og kanska eisini NSÍ. Hetta galt bæði

spælaragrundarlagið og inn tøku-grundar lagið, og støðan her vesturi var akk urát hin sama, sigur Atli Gregersen.

07 VesturFS Vágar-samstarvið skrædnaði at enda. Úr leivdunum hóraði felagsfótbólturin tó víðari í eina tíð sum FS Vágar 2004, men tað gekk heldur ikki.

Í 2007 varð Atli Gregersen so sjálvur við til at leggja lunnar undir 07 Vestur, sum hevur sínar røtur í gomlu feløgunum SÍF í Sandavági og SÍ í Sørvági.

- MB er ikki við, men nógvir miðvingar eru kortini aktivir í 07 Vestur, eisini í nevndini og arbeiðnum rundan um felagið. Sjálvur havi eg avgjørt enn eitt ynski um, at øll oyggin verður við í felag num, men eg trýsti ikki á nakra gongd í so máta, tí eg havi fulla virðing fyri, at ikki øll í oynni eru samd um tann spurningin.

07 Vestur hevur nú tíggju ár á baki, og tað, sum ikki riggaði við FS Vágum, sær út til at rigga betri nú. Tí gamla hugsanin um at skapa ein felags samleika er so líðandi við at gerast veruleiki.

Felags samleiki07 Vestur fevnir í dag um allar aldurs-bólkar, og kvinnufótbólturin verður nú eisini formliga skipaður í felagnum. Í upprunafeløgunum SÍF og SÍ spæla tey als ikki fótbólt longur, í staðin hevur SÍF savnað seg um hondbólt og kappróður, meðan tá hjá SÍ í fyrsta lagi snýr seg um flogbólt.

- At barnafótbólturin eisini er komin við, tað er hent, síðani eg fyri nøkrum árum síðani fór úr nevndini, og tað

16

eri eg sera fegin um. Tí nú er ein felags samleiki í fullari ferð við at mennast. Til dømis hevur felagið eina sera aktiva ungdómsnevnd, sum ger eitt stórt arbeiði, og felagið brúkar orku upp á at profilera seg við einari aktivari heima-síðu og livandi leikskráum til heima-dystirnar. Hóast hetta kunnu tykjast at vera smáting, so hava tey stóran týdning, tá vit tosa um samleika, sigur Atli Gregersen.

Felags andi og samanhaldFrá tí, at hann og aðrir prædikaðu um saman legging fyri gøtumonnum og leirvík ingum, gekk long tíð, áðrenn Vík-ingur varð veruleiki – felagið er at kalla javngamalt við 07 Vestur.

Men onkursvegna hevur saman sjóð-ing in verið meira smidlig í Eysturoynni.

- Tað, sum vit her vesturi ikki hava klárað í einari handavending, tað hava tey klárað til toppkarakter har inni við samanleggingini av GÍ og LÍF. Tey stovnaðu ikki bara eitt felagslið, har allir aldursbólkarnir frá fyrstan tíð vóru við, men skaptu eisini beinanvegin ein felags anda og treytaleyst saman-hald rundan um felagið. Tað eksper-i mentið hevur víst, at tað ber væl til

at samstarva tvørtur um bygda- og komm unu mørk, um umstøðurnar eru tær røttu og viljin tann rætti. - Og tað er eisini tað eksperimentið, sum nú altso eisini sær út til at eydnast her, hó ast tað tók nakað longri tíð, sigur Atli Gregersen.

Hann kemur úr Danmark seinnapartin og fer helst beinleiðis av flogvøllinum oman til Sørvágs at hyggja eftir dagsins dysti.

- Eg vóni, at eg fái seinna hálvleik við. Sjálvandi vóni eg eisini, at vit fáa eitt gott úrslit, men samstundis vil eg fegin bjóða øllum mínum gomlu fótbóltsvinum í Gøtu og Leirvík hjartaliga væl komin vestur í Vágar, sigur Atli Gregersen.

- Eg fór av fullum hjarta upp í fótbóltsarbeiðið her vesturi, og eg havi bara eitt hjarta, so nú bankar tað bara fyri 07 Vestur, sigur Atli Gregersen.

17

16

LønarumsitinginiRoknskapinum

Bókhaldinum

RentustuðlinumKapitalvinnings-sjálvuppgávuni

Sjálvuppgávuni

EftirlønumAfturrindan

av mvg

Útlendskum skatti

sansir.fo

kann hjálpa tær við

SPEKT løggildir grannskoðarar Spf. · Staravegur 17Postsmoga 3258 · 110 Tórshavn · Tel 34 34 34Faks 34 34 35 · [email protected] · www.spekt.fo

18

LønarumsitinginiRoknskapinum

Bókhaldinum

RentustuðlinumKapitalvinnings-sjálvuppgávuni

Sjálvuppgávuni

EftirlønumAfturrindan

av mvg

Útlendskum skatti

sansir.fo

kann hjálpa tær við

SPEKT løggildir grannskoðarar Spf. · Staravegur 17Postsmoga 3258 · 110 Tórshavn · Tel 34 34 34Faks 34 34 35 · [email protected] · www.spekt.fo

17

Betong og timburarbeiði

Jóni Durhuus, byggimeistari • FO-350 Vestmanna • Tlf. 424473 - 223124

Heri Múller TIMBURMAÐURJunkaravegur 7340 KvívíkTlf. 560560

19

Betong og timburarbeiði

Jóni Durhuus, byggimeistari • FO-350 Vestmanna • Tlf. 424473 - 223124

20

LEIKARALISTI

07 VESTUR VÍKINGUR Navn Pláss Aldur Dystir Min. Navn Pláss Aldur Dystir Min.Torstein Mýlingstind V 23 ár 13 1157 Sølvi Vatnhamar M 31 ár 13 1170Martin Tausen M 27 ár 13 1148 Elias Rasmussen MV 21 ár 13 1170Høgni Nielsen V 20 ár 13 1111 Hanus Jacobsen V 32 ár 13 1170Gunleif Magnusarson M 26 ár 13 1102 Adeshina Lawal Á 32 ár 13 1088Tór-Ingar Akselsen M-Á 36 ár 13 879 Atli Gregersen V 35 ár 12 1038Holgar Durhuus M 24 ár 12 1010 Gert Hansen V 32 ár 12 1010Sølvi Egilsson M 22 ár 12 980 Filip Djordjevic M-Á 23 ár 12 855Ken Fagerberg Á 28 ár 12 946 Gunnar Vatnhamar V-M 22 ár 12 800Petur G. Dalbø V 26 ár 10 544 Hans Pauli Samuelsen M 32 ár 11 813Jákup S. Olsen M 22 ár 10 363 Erling Jacobsen V-M 27 ár 10 900Jóannis á Steig V 20 ár 10 331 Hans Jørgen Djurhuus V 38 ár 9 680Petter Bjørlund V 27 ár 8 699 Andreas Olsen Á 29 ár 9 457Ivan Stojkovic MV 40 ár 8 692 Fróði Benjaminsen M 39 ár 8 715Asbjørn Heðinsson V-M 16 ár 8 355 Sorin Anghel Á 37 ár 8 610Søren Nielsen Á 26 ár 7 517 Hans Jákup Lervig V-M 20 ár 5 35Janus Samuelsen M 18 ár 7 488 Elias Lervig V-M 20 ár 3 86Silas Eyðsteinsson MV 19 ár 6 478 Fannhard Skoradal M 18 ár 3 6Sigtór A. Petersen M 29 ár 2 135 Jákup Olsen V-M 20 ár 2 83Rói Hansen Á 19 ár 1 14 Magnus Jarnskor M 21 ár 2 68Dann Fróðason M 17 ár 1 13 Arnbjørn Svensson M 17 ár 2 17Teitur Olsen M 18 ár 0 0 Petur Petersen V-M 17 ár 1 42Niels Mouritsen V 18 ár 0 0 Ási Rasmussen M 19 ár 1 34 Tonni Thomsen M-Á 18 ár 1 3Venjari: Trygvi Mortensen Bárður á Reynatrøð MV 17 ár 0 0Hjálparvenjari: Albert Ellefsen Rógvi Ryggshamar MV 29 ár 0 0 Venjari: Bagge Hentze

Støðan í Effodeildini Nr. Lið D MM S1 Víkingur 13 15 262 KÍ 13 5 263 NSÍ 13 13 244 TB/FCS/Royn 13 4 195 B36 13 9 176 HB 13 4 177 EB/Streymur 13 -10 148 Skála 13 -6 139 07 Vestur 13 -15 1110 ÍF 13 -19 6

21

Skógvar og klæðir til kvinnur og menn

- Ferðaseðlar um allan heim

www.travel.fo

21

F A I R C A R R E N T A L - + 2 9 8 5 4 4 0 0 0

B I L A R T I L S Ø L U Á U N I C A R . F O

07 VESTUR VÍKINGUR Navn Pláss Aldur Dystir Min. Navn Pláss Aldur Dystir Min.Torstein Mýlingstind V 23 ár 13 1157 Sølvi Vatnhamar M 31 ár 13 1170Martin Tausen M 27 ár 13 1148 Elias Rasmussen MV 21 ár 13 1170Høgni Nielsen V 20 ár 13 1111 Hanus Jacobsen V 32 ár 13 1170Gunleif Magnusarson M 26 ár 13 1102 Adeshina Lawal Á 32 ár 13 1088Tór-Ingar Akselsen M-Á 36 ár 13 879 Atli Gregersen V 35 ár 12 1038Holgar Durhuus M 24 ár 12 1010 Gert Hansen V 32 ár 12 1010Sølvi Egilsson M 22 ár 12 980 Filip Djordjevic M-Á 23 ár 12 855Ken Fagerberg Á 28 ár 12 946 Gunnar Vatnhamar V-M 22 ár 12 800Petur G. Dalbø V 26 ár 10 544 Hans Pauli Samuelsen M 32 ár 11 813Jákup S. Olsen M 22 ár 10 363 Erling Jacobsen V-M 27 ár 10 900Jóannis á Steig V 20 ár 10 331 Hans Jørgen Djurhuus V 38 ár 9 680Petter Bjørlund V 27 ár 8 699 Andreas Olsen Á 29 ár 9 457Ivan Stojkovic MV 40 ár 8 692 Fróði Benjaminsen M 39 ár 8 715Asbjørn Heðinsson V-M 16 ár 8 355 Sorin Anghel Á 37 ár 8 610Søren Nielsen Á 26 ár 7 517 Hans Jákup Lervig V-M 20 ár 5 35Janus Samuelsen M 18 ár 7 488 Elias Lervig V-M 20 ár 3 86Silas Eyðsteinsson MV 19 ár 6 478 Fannhard Skoradal M 18 ár 3 6Sigtór A. Petersen M 29 ár 2 135 Jákup Olsen V-M 20 ár 2 83Rói Hansen Á 19 ár 1 14 Magnus Jarnskor M 21 ár 2 68Dann Fróðason M 17 ár 1 13 Arnbjørn Svensson M 17 ár 2 17Teitur Olsen M 18 ár 0 0 Petur Petersen V-M 17 ár 1 42Niels Mouritsen V 18 ár 0 0 Ási Rasmussen M 19 ár 1 34 Tonni Thomsen M-Á 18 ár 1 3Venjari: Trygvi Mortensen Bárður á Reynatrøð MV 17 ár 0 0Hjálparvenjari: Albert Ellefsen Rógvi Ryggshamar MV 29 ár 0 0 Venjari: Bagge Hentze

22

Mynd: Neinbjørn Nattestad

4A

Bakkavegur 35 • 380 Sørvágur • +298 22 87 41 • [email protected] www.4a.fo

22

23

Einans limir í FKkunnu gera nýtslu

av merkjunum

fært tú eitt samlimerki, fyri hvørjar 50 kr, ið tú

keypir fyri í tínum FK handli.

10. JuNI 2017 Til og við

S A M L A

Fyrsta FloKs tasKur og KuFFErt

24

Neinbjørn NattestadBilverkstaður

Tlf. 332727 │Fax. 333727

V/ Kell E. JensenKálvalíðvegur 10

370 Miðvágtlf. 332779 og 222101

t-post: [email protected]

Hølcksmíðv/Gerhard Hansen

Alt innan timburar-

beiðiTlf. 282710

Quad lock ger næstan alt møguligtog tú sleppur undan bjálving

Stoyping & betongskering

25

KEYP EISINI OKKARA VØRUR Á FØROYA FEITASTA NETHANDLI

WWW.SKALKUR.FO

ÓKEYPIS TIL DYRNAR Í ØLLUM FØROYUM.

ÍTRÓTTUR. ALT ÁRIÐ.

| SMS 31 95 12 | SALTANGARÁ 45 95 12 |

26 26

27

Atlantic Airways Vagar Airport 380 Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo

REYKJAVÍK

BERGEN

AALBORG

BILLUND

BARCELONA

LISSABONMALLORCA

KRETA

GRAN CANARIA

KEYPMANNAHAVN

FØROYAR

EDINBURGH

Vit knýta Føroyar nærri at umheiminumvið 2.900 fráferðum og komum árliga - beinleiðis til 12 ymisk ferðamál

#FLÚGVAFYRIFØROYAR

Okkara flogfør eru serútgjørd til at flúgva upp á Føroyar

Á føroyskum veingjum í útvið 30 árTil gaman og álvara, sól og summar, vinnu og mentan

Serføroysk tænasta

Kappingarførir prísir