14
Bestu vinir

Bestu vinir - Livdin · 2011-02-11 · Bestu vinir. Munur á parlagi og hjúnalagi, tí síðstnevndu eru gift. At tosa um vinalag í parlagnum, er týdningarmikið fyri øll pør,

  • Upload
    others

  • View
    1

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: Bestu vinir - Livdin · 2011-02-11 · Bestu vinir. Munur á parlagi og hjúnalagi, tí síðstnevndu eru gift. At tosa um vinalag í parlagnum, er týdningarmikið fyri øll pør,

Bestu vinir

Munur á parlagi og hjúnalagi, tí síðstnevndu eru gift. At tosa um vinalag í parlagnum, er týdningarmikið fyri øll pør, gift um ógift, so tí fari eg mest at brúka orðið parlag. Tá tað snýr seg um at verða vinir, er tað umráðandi allan vegin í gjøgnum. Tað er ofta lætt í byrjanini, men so kemur so mangt inn á lívsleiðina, at vit missa fokus.   Hvat bestendur eitt parlag av?�- Halgan, sex, halgan, fyrigeving, húsligt arbeiði, barnauppaling, samskifti, vinskapur osv... Øll hesi skal uppá í einum góðum hjúnabandi.
Page 2: Bestu vinir - Livdin · 2011-02-11 · Bestu vinir. Munur á parlagi og hjúnalagi, tí síðstnevndu eru gift. At tosa um vinalag í parlagnum, er týdningarmikið fyri øll pør,

Kærleiki• Eraó – eros – litinskapiligur, sensuellur og

sexuellur kærleiki (kenslur)• Fileó – filos = vinur – sympatiskur og

umsorgsfullur kærleiki (elska, dáma, vinarligheit)vinarligheit)Áp. 28:2 og Matt. 6:5

• Agapaó – agape – treytaleysur kærleiki (vilji og handling)Jóh. 3:16, Róm. 5:8, Ef. 5:28 og Matt. 22:39

Eraó – eros (greskur kærleiksgudur) – litinskapiligur, tráðan, hugur, heitur, sensuellur og sexuellur kærleiki, tráðan eftir einum menniskja, serliga brúktur millum mann og kvinnu. Eraó er ikki nevnt í NT� Fileó – filos = vinur – sympatiskur (samhuga) og umsorgsfullur kærleiki. Filantropian er nevnt í Áp. 28:2 Táið vit nú vóru bjargaðir, fingu vit at vita, at oyggin æt Malta. Fólkið á oynni vísti okkum óvanligan menniskjakærleika; tey kyndu bál og tóku sær av okkum øllum, við tað at nú var farið at regna, og kalt var.�Filoe verður brúkt um nakað, sum einum dámar, nakað sum ein tekur framum. Matt. 6:5 “Táið tit biðja, mugu tit ikki vera sum hyklararnir; tí teimum dámar (fileo) at standa í sýnagogum og á vegamótum og biðja... Fileo verður brúkt um at elska, viðurkenna, at dáma og at viðfara menniskju vinaliga. Agapaó – agape - Orðið agape er tann treytaleysi kærleikin, sum gevur. 1. Jóh. 4:8 “Gud er kærleiki.” Agape verður brúkt um forholdið millum Jesus og Gud: Jesus biður: “Faðir...Tú hevur elskað (agape) Meg, áðrenn heimurin varð grundaður”. Jóh. 17:24 Guds kærleiki (agape) til menniskju í Jóh. 3:16 og í Róm. 5:8 “men Gud vísir kærleika (agape) Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.” �Uppofrandi og fyrigevandi kærleiki Agape verður brúkt um forholdið millum mann og konu: Ef. 5:28 “Soleiðis eru menninir bundnir at elska (agape) konur sínar sum síni egnu likam; tann, ið elskar(agape) konu sína, elskar seg sjálvan. "Tú skalt elska (agape) næsta tín sum teg sjálvan." Matt. 22: 39 Jóh. 21:15-24: Jesus spyr Pætur um hann elskar (agape) seg, og Pætur svarar: Eg havi Teg kæran (fileo). Tá Jesus spyr Pætur 3. Ferð, brúkar Hann orðið fileo, - vinakærleikan. Pætur, hevur tú meg kæran? Agape byggir ikki á kenslur, men um vilja og handling. Agape-kærleikin forvæntar einki aftur fyri. Tað eru nógvar líkheitir í vinakærleikanum Fileo og Agape. Fileo er vinakærleikin millum pør og vinir. Eg fari at tosa um phileo-kærleikan í parlagnum. Vinakærleikan.
Page 3: Bestu vinir - Livdin · 2011-02-11 · Bestu vinir. Munur á parlagi og hjúnalagi, tí síðstnevndu eru gift. At tosa um vinalag í parlagnum, er týdningarmikið fyri øll pør,

Kærleiki

Kærleikin (agape) er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp; hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa; hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika; hann órættvísi, men gleðist yvir sannleika; hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt. 1. Kor. 13: 4-7

Tí kærleiki (agape) Guds er útheltur í hjørtum okkara við Heilaga Andanum, sum givin okkum er.” Róm. 5:5

Def. av kærleika: Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp; hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa; hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika; hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt. 1. Kor. 13: 4-7 “Tí kærleiki (agape) Guds er útheltur í hjørtum okkara við Heilaga Andanum, sum givin okkum er.” Róm. 5:5 Kærleiki er ikki ein náðigáva, sum vit bráddliga kunnu fáa. Kærleiki er ávøkstur Andans. Vit hava ymiskar gávur, men vit kunnu øll hava kærleika.
Page 4: Bestu vinir - Livdin · 2011-02-11 · Bestu vinir. Munur á parlagi og hjúnalagi, tí síðstnevndu eru gift. At tosa um vinalag í parlagnum, er týdningarmikið fyri øll pør,

Vinskapur í Bíbliuni

• “HARRIN talaði við Móses andlit til andlit, sum táið maður tosar við mann (as a man speaks to his friend).” 2. Mós. 33:11

• “...tykkum havi Eg kallað vinir; tí alt tað, sum Eg havi hoyrt av Faðir Mínum, havi Eg kunngjørt havi hoyrt av Faðir Mínum, havi Eg kunngjørt tykkum.” Jóh. 15:15

• “Vinur elskar altíð (er altíð loyalur)...” Orðt. 17:17

• Ábraham verður kallaður vinur Guds. 2. Krøn. 20:7

Page 5: Bestu vinir - Livdin · 2011-02-11 · Bestu vinir. Munur á parlagi og hjúnalagi, tí síðstnevndu eru gift. At tosa um vinalag í parlagnum, er týdningarmikið fyri øll pør,

Vinskapur

• Vinir ynskja at verða saman, uttan at hava ávísar uppgávur ella tænastur fyri eyga.

• Loyalitiet, trúskap, at lurta, vísa áhuga, hjálpa, stuðla, eggja, viðurkenna og geva. Vinapør ynskja at verða saman, slappa av saman, hugna sær, hava at verða saman, slappa av saman, hugna sær, hava tað stuttligt, ferðast osv

• Frælsi, ikki noyðslu.• Tað er í neyðini og gleðini, at tú kennir tínar vinir.• Ein vinur er ein, sum er glaður fyri at síggja teg, og

sum ikki hevur ætlanir um at broyta teg.

Hvat vil tað siga, at verða vinir? Hvat er vinskapur? Tað er munur á at kennast væl og at verða vinir. Vinir ynskja at verða saman, uttan at hava ávísar uppgávur ella tænastur fyri eyga. Tá man er vinir, ynskir man bara at verða saman, - dámar at verða saman. Vinalag byggir á hugin at verða saman, - ikki noyðsla ella burdi-kenslan. Kærleiki dregur. Vinskapur inniber loyalitiet, trúskap, at lurta, hjálpa, stuðla, eggja og geva. Ein vinur er ein, sum skilir tína fortíð, góðtekur teg sum tú ert og trýr uppá tína framtíð. Ein vinur er ein, sum er glaður fyri at síggja teg, og sum ikki hevur planir um at broyta teg Vinir generelt? Hvat er ein góður vinur? Trúgvur, álítandi, erligur, respekt, gott samskifti. Vinskapur hjá pørum: Stuðla hvønn annan, eru har fyri hvønn annan, ferðast saman, slappa av saman, hugna sær saman og eru opin yvirfyri hvørjum øðrum.� Eg tosaði við eina konu herfyri, sum eigur summarhús saman við manninum á bygd. Eg spurdi, um tey ofta vóru í summarhúsinum. Hon svaraði: Nei, tí eg tími ikki, um bara maður mín kemur við. Um vit fáa okkurt barnabarn ella onkran annan við, so tími eg. Munnu hesi verða vinir? Keða seg saman? Góðir vinir, elska at verða saman. Dáma nærveruna. Hvør er tín besti vinur?��Okkara vinskapur: Vit byrjaðu okkara lív saman á skeivum fortreytum, tí Pauli var ikki trúgvandi tá vit møttust. Vit hava altíð brúkt tíð saman, t.d. við at gera mat saman, arbeiða í húsinum og havanum, men tað var ikki fyrr enn vit fingu tað kristna lívið saman, at vit veruliga fingu nakað saman. Sum trúgvandi saknaði eg ofta, at Pauli og eg ik høvdu tað andaliga í felag At hava Jesus við í hjúnalagnum er tað besta, sum kann henda Tey fyrstu árini í hjúnalagnum merkt av arbeiði, útbúgving og býarlívið, - og hetta var ikki uppbyggjandi fyri okkum. Eg ivaðist mangan í, um eg ynskti mær børn, tí hvat høvdu vit at bjóða einum barnið? Hvat fóru vit at kunna leggja í okkara børn?
Page 6: Bestu vinir - Livdin · 2011-02-11 · Bestu vinir. Munur á parlagi og hjúnalagi, tí síðstnevndu eru gift. At tosa um vinalag í parlagnum, er týdningarmikið fyri øll pør,

Eru tit vinir?

• Er tín maki tín vinur?• Hvussu ofta tosa tit um trupulleikar tykkara

millum ?• Vinir tosa sum oftast um felags áhugamál og • Vinir tosa sum oftast um felags áhugamál og

skoðanir á ein slíkan hátt, har báðir partar hava gleði av hesum.

• Vinir hugna sær og flenna saman.

Hví tosa um vinskap í parlagnum? Er tað neyðugt? Er tað eitt moderna flipp, sum nú er blivið neyðugt? Er hetta nakað, sum bara geldur nýmótans pør? Fakta i dag: Pør brúka lítla tíð saman. Nógv sum dregur frá hesum, at verja parlagið. Fólk eru ikki eins halgað sum áður. Skilsmissur sum ongantíð áður. Hvør fyrimynd ert tú fyri børnini? Hvat fara tey at velja út frá? Hvussu stendur til við tykkara vinskapi? Hvør er tín besti vinur? Dáma tit væl at brúka frítíð saman?�Behandlar tú tín maka minst líka væl sum tínar vinir?�Dáma tit at verða saman? Hvussu er í tykkara forholdið? Er tað ein ósjónligur múrur millum tykkum? Ella er har ein avstandur? Nærvera er ikki tað sama sum at verða í sama húsi, - búgva á sama matr.nr. Ymiskleiki ikki ein forðing. Tað ræður um at luta við hvønn annan, fortelja um okkara “verðir”, so vit koma at skilja verðirnar hjá hvørum øðrum. Hvussu er, tá tit eru einsamøll? Hava tit nakað at tosa um? Njóta tit at verða saman?� Í einum parlagi, kann eros mink (vegna sjúku, strongd oa), meðan vinakærleikin kann vara alt lívið. Vert at investera í viinsapin. Pør tosa ofta um: Arbeiðsbýtið í heiminum, trupulleikar við børnunum, pengar, viðlíkahald av húsinum, familjutrupulleikar og/ella hundin/kettan hjá grannanum. Um vit ikki ansa eftir, kunnu samrøður okkara gerast merktar av trupulleikum, stúran, ónøgd, gremjan og ikki um áskoðanir og áhugamál.�
Page 7: Bestu vinir - Livdin · 2011-02-11 · Bestu vinir. Munur á parlagi og hjúnalagi, tí síðstnevndu eru gift. At tosa um vinalag í parlagnum, er týdningarmikið fyri øll pør,

Andalig dimensión

Nei, sannleikanum trúgv í kærleika skulu vit á allan hátt vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus. Ef. 4:15

Tá vit høvdu verið gift í 8 ár, fluttu vit til DK. Hetta var eitt vendipunkt í okkara lívið. Tá føldu vit fyri fystu ferð, at vit veruliga fóru frá móðir og faðir. Tað var sera gott at koma burtur úr okkara hektiska lívið, og byrja av nýggjum at mynda okkara lív. Vit byrjaðu við einum tómum kalendara, sum nú kundi fyllast inn á. Árini í DK vaktu okkara andaliga áhugað enn meira. Vit byrjaðu at súkla saman, rulliskoyta saman, fara skógtúrar, keyptu inn saman og slappaðu av saman. Alt lívið koyrdi í einum øðrum geari, - og tað var gott fyri okkum. Tað dragar seg ikki bara um at elska, men eisini um at verða sonn, tosa satt. “Nei, sannleikanum trúgv í kærleika skulu vit á allan hátt vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus.” Ef. 4:15 1. Jóh. 1:7 liva í ljósinum, so hava vit samfelag hvør við annan. Liva í myrkrinum = goyma okkum fyri hvørjum øðrum. Ymisk løg í parlagnum. Tað kann blíva so gott, so inniligt. Meira nærvera -> djúpri forhold -> fleiri kenslur.
Page 8: Bestu vinir - Livdin · 2011-02-11 · Bestu vinir. Munur á parlagi og hjúnalagi, tí síðstnevndu eru gift. At tosa um vinalag í parlagnum, er týdningarmikið fyri øll pør,

Fortreytir

• Raðfesting – tíð saman • Halgan – hjúnabandið fyri lívið.• Gott samskifti• Opinleiki, erligheit, sonn “Men liva vit í • Opinleiki, erligheit, sonn “Men liva vit í

ljósinum - eins og Hann er í ljósinum - so hava vit samfelag hvør við annan”. 1. Jóh. 1:7

• Blíva sædd, hoyrd og viðurkend• Elska hvønn annan. Róm. 5:5

Ikki lata onnur stýra tykkara lívi. Minst til, at tú skalt liva saman við hjúnafelagnum. Verða tit ill, so Fortreytir (spælireglar) fyri vinskap: Raðfesta tíð til vinalag, tíð til samveru. Umráðandi at vísa respekt, kærleiki, virðing, álit, játtan, fyrigeving, áhugamál, ynskja tað besta fyri hvønn annan, eru eitt toymið og ikki 2 stríðandi partar. “Verið hvørt øðrum undirgivið í ótta Kristusar!” Ef. 5:21 Brúki tíð saman, sum er friðað fyri ósemju og truplum evnum, t.d. tá tit ganga túr ella eta saman. Takið heldur trupul evnir upp, tá hetta er avtalað. Pauli og eg gera tað. Vit taka ikki trupul evnir upp, tá vit hugna okkum. Gott samskifti. Um tit ikki duga at tosa saman, so lærið tykkum hetta. Tað inniber, at tit fyrst og fremst duga at lurta eftir hvørjum øðrum. Tit menn: Kvinnur hava ikki brúk fyri tykkara góðu ráðum og kvik-fix-loysnum. Tær hava oftast bara brúk fyri, at tit vilja lurta. Komið tykkara góðu ráðum, um tit verða spurdir um tey. Øll hava brúk fyri at verða sædd, hoyrd og viðurkend. Eitt vendipunkt hjá okkum var, tá vit fóru á eitt samskiftisskeið sum eitur “Lyt for himlens skyld”. Vit lærdu grundleggjandi meginreglur fyri samskifti og empati, sum hava verið til gagns síðani. Samskifti er ein lykil í einum góðum vinalagi. At læra at tosað saman og lurta, hevur givið okkum eitt inniligt hjúnaband. Pauli dugir so nógv betri at lurta eftir mær og rúma meg nú enn áður, -og eg haldi meg kunna siga tað sama um meg. Tá vit soleiðis hava uppliva, at hjúnabandið blívur meira og meira inniligt og spennandi, tá ein arbeiðir uppá tað, so hevur tað givið okkum ein longsil eftir, at arbeiða enn meira uppá hjúnabandið. Her hugsið eg serliga um tann partin, sum hevur við vinskapin í forholdinum at gera. Tað er gott at tosa um, hvat man leingist eftir, tí makin dugir neyvan at lesa tankar tínar. Tosið eisini um tykkara kærleiksmál, so tit koma at kennast betri og betri vita, hvussu tit kunnu gleða hvønn annan og møta hvørum øðrum. Pauli og eg hava bæði kærleiksmálið at brúka tíð saman, og dyrka tí nógv at verða saman. Í dag røkja vit okkara vinskap við at renna, ganga, sita og lesa, tæna í Harrans Urtagarði, biðja, húsligt arbeiði, ferðast, nátturða, gera mat saman og røkja vinskapir. Tað hevur ikki altíð verið so. Vit hava bæði roynt nýggj ting, og tað hevur verið SO gevandi. Bara tað er gera okkurt annað og bróta nøkur mørk er spennandi. Vert at royna.   Latið ikki sólina seta yvir vreiði tykkara – Ef. 4:26
Page 9: Bestu vinir - Livdin · 2011-02-11 · Bestu vinir. Munur á parlagi og hjúnalagi, tí síðstnevndu eru gift. At tosa um vinalag í parlagnum, er týdningarmikið fyri øll pør,

Setið tíð av til tykkum, - og verji tær løturnar

Setið tíð av til tykkum, �- og verji tær frá øllum øðrum, sum troðkar seg inn á tykkum Gerið okkurt stuttligt saman Film Gosbad Ganga túr Raðfesti
Page 10: Bestu vinir - Livdin · 2011-02-11 · Bestu vinir. Munur á parlagi og hjúnalagi, tí síðstnevndu eru gift. At tosa um vinalag í parlagnum, er týdningarmikið fyri øll pør,

Hvar fer tíðin?

Nær hava tit tíð til hvønn annan? Gerið hvør sína lagkaku – tosið um tær. Tosið um lív tykkara og hvar tit kunnu finna tíðina til at røkja vinskap. Teknið kanska eina lagkøku hvør sær, har tit hvør teknað upp, hvussu tíðin verður brúkt. Tosið so saman um hetta. Kanska tit síggja ymiskt uppá, hvussu tíðin verður brúkt? Og kanska tit út frá hesum kunnu finna tíð? Tað er ikki vist, at tit hava somu áskoðan á, hvat er uppbyggjandi tíð saman. Maðurin heldur kanska, at tað at hyggja eftir einum fótbóltsdysti saman er røkt at vinskapi, meðan konan kanska heldur nakað heilt annað. Eg læs um eitt par, sum avtalaði at drekka kaffi saman kl. 8.15 hvønn morgun, tí tá høvdu tey eina løtu saman. Hetta lítla stig var byrjanin til vøkstur í parlagnum.
Page 11: Bestu vinir - Livdin · 2011-02-11 · Bestu vinir. Munur á parlagi og hjúnalagi, tí síðstnevndu eru gift. At tosa um vinalag í parlagnum, er týdningarmikið fyri øll pør,

Forðingar

• Ósemjar óloystar. Fylgið Ef. 4:26• Strongd og arbeiðsbyrðar• Skeivar ímyndir um at vera par• Vantandi tilvitan um týdningin av gleði• Vantandi tilvitan um týdningin av gleði• Ikki opin og erlig. 1. Jóh. 1:6• Ótryggleiki í parlagnum• Parlagið byggir á kenslur

Forðingar fyri vinskapi: Hava ikki tíð (børnini, húsligt arbeiðið og arbeiði), strongd, ósemjur, væntandi tilvitan um týdningin av vinskapi, gleði og stuttleika, vánaligt samskifti, annað raðfest hægri, vantandi kærleiki, foreldur stýra ella vinir ávirka og draga í okkum. Líkasæl stór hóttan. Manglandi halgan. Um vit ikki hava sett okkum fyri, at hjúnalagið er fyri lívið, so verður raðfestingin ikki tann sama, sum tá vit hava sett okkum fyri, at hetta ER fyri lívið. Tað ræður um at fáa tað besta burtur úr. Behandla tín hjúnafelaga minst líka væl sum tínar vinir.� Tann eini sær ikki tøvin. Vit eru SO ymisk – eru IKKI vinir – eru gift. Hvat um vit ikki eru vinir? Hava einki til felags út yvir tað praktiska? Eru so ymisk – eingin felags áhugamál? Er tað nakar trupulleiki, um vit ikki eru vinir, tá vit annars fáa dagligdagin at ganga? Tað gongur jú ok. Eg kenni ikki til annað. Eg havi aðrar vinir. Havi ikki brúk fyri, at maki mín er mín vinur. Hvat um tann eini makin ikki sær týdningin av vinskapi? Ikki vil broyta nakað? Tú kanst ikki broyta tín maka, men bara teg sjálvan. Halt teg til Orð Guds. Bið. Um tann eisini hevur ómettaðar tørvir, so er ein trupulleiki í parlagnum, sum má takast upp. Tað nyttar ikki at noyða ella tvinga makan til vinskap. Tað má byggja á frælsi, men gev tí ein kjans at royna nakað nýtt? Trín úr comfort-zone. Tað kann geva eitt a ha upplivilsi, sum gevur eitt skump rætta vegin. Um einki riggar, tosið við vinir ella ráðgevara, - ella fari á hjúnabandsskeið. Tosið við eitt gott vinapar. Loyvi hvørjum øðrum inn í lívini hjá hvørjum øðrum.�
Page 12: Bestu vinir - Livdin · 2011-02-11 · Bestu vinir. Munur á parlagi og hjúnalagi, tí síðstnevndu eru gift. At tosa um vinalag í parlagnum, er týdningarmikið fyri øll pør,

Góð ráð

• Takið Jesus við inn í tykkara lív. BBiðji og tæni saman.

• Hvat droyma tit um?• Lutið dreymar.• Hvussu var tað í byrjanini?• Hvussu var tað í byrjanini?• Finnið tíð – raðfestið• Verji vinaløturnar frá trupulleikum• Lærið at samskifta (skeið, ráðgeving)• Byggi vinskapin upp spakuliga, - “no shortcut”• Viðlíkahaldið vinskapin sum ein urtagarð/bál.

Loysn: Hvat kunnu vit gera, fyri at styrja vinskapin í okkara parlagið?�- Vit hava fingið kærleika: ”Tí kærleiki Guds er útheltur í hjørtum okkara við Heilaga Andanum, sum givin okkum er.” Róm. 5.5 Vit hava fingið kærleikan, so potentiali er har. Fari til Gud saman. Komi nærri Gudi, so vilja tit koma nærri hvørjum øðrum. Biðið fyri, at tit skulu gerast bestu vinir. Einaferð vóru tit góð. Hvat gjørdu tit tá? Tað eru nógvir mátar, og tað er óivað ymiskt, hvat tit hava brúk fyri í tykkara hjúnalagi. Tosið saman um, hvat tit ynskja broytt. Tú kanst broyta teg, ikki makan. Minst til, at tað er ikki vist, at tú hevur rætt. Tað skal verða pláss til tykkum bæði í parforholdinum. Liva Kristusi nær gevur rætta sjálvsmynd og hjálpir okkum at síggja alt í Guds perspektivi. “Maður gleðist, táið muður hansara eigur svar at geva, og hvussu gott er ikki orð, sagt (og tagt) í rættari tíð!” Orðt. 15:23 Tá alt sær ómøguligt út, roynið so at droyma um, hvussu tit høvdu ynskt at tað var? Hvat hava tit droymt um? Hvussu ynskja tit, at parlagið skal verða? Vit kunnu vaksa hvør sín veg ella sama veg. Umráðandi at vísa áhuga í verðunum hjá hvørjum øðrum. Bygg vinskapin upp spakuliga. Tað er ikki nakar shortcut – tað tekur tíð. Eingin smutvegur. Stig fyri stig. Takið smá stig saman. Tæna saman? Annað??? Lærið at samskifta. Lurta, luta og tosa. Elski hvønn annan. Seti tykkum fyri, at arbeiða uppá vinalagið. Lítið aftur um bak: Hugsið um nakað av tí stuttligasta, tit hava gjørt saman? Hvat halda tit er stuttligt at gera saman ? Hvussu stórt pláss hevur spæl og stuttleiki í hetta í tykkara hjúnalagi Viðlíkahald av vinskapi. Vinskapur skal røkjast, sum eitt bál, sum alla tíðina skal hava brenni tilført. Kunstur at hava javnan góðan eld, og ikki bara ein, sum flammar upp og so kølnar. Umráðandi, at vit eru 1 +1 + 1 Eg, tú og vit. Vinalagið styrkir VIT-kensluna. Tað eru ymisk løg í parlagnum, - sum ávirka okkara inniligileika. Tess djúpri vinalag, tess størri inniligleika og tess ríkari forhold. Hjúnalagið kann gerast Paradís á jørð. Vit eru fyrimyndir fyri okkara børn og onnur, antin góðar ella vánaligar fyrimyndir. Eitt tað besta vit kunnu geva okkara børnum eru foreldur, sum elska hvønn annan. Eg trúgvi eisini, at tað er størri møguleiki fyri, at tey fara at hava høg mál fyri sítt parlag, um tey eru uppvaksin í einum heimi, har foreldrini hava liva eitt fyrimyndarligt lív sum vinir. Vit hava bara børnini eina tíð til láns, og tá tey flyta heimanífrá ræður tað um hjá okkum, at vit kunnu njóta at verða saman sum vinir. Annars kann tað lætt enda við skilnaði. Viðlíkahaldið parlagið alla tíðina, tí so verður tað lættari. Størsta hóttan er óivað líkasæla. Bæði mugu verða sædd, hoyrd og vinurkend í parlagnum.
Page 13: Bestu vinir - Livdin · 2011-02-11 · Bestu vinir. Munur á parlagi og hjúnalagi, tí síðstnevndu eru gift. At tosa um vinalag í parlagnum, er týdningarmikið fyri øll pør,

Úrslit av vinskapi

• Kærleikin blómar• Gleði• Inniligleika / dýbd• Styrki og tryggleika – vit verða meira robust

sum einstaklingur og parsum einstaklingur og par• Stuttleiki• Góða relatión – sum øll hava brúk fyri• Tað hjúnalagið, sum Gud ynskir• Tey bestu hjúnarbondini eru tey, sum hava

varðveitt eitt gott og trygt vinalag

“Jarn brýnir jarn, og eitt menniskjað brýnir annað.” Orðt. 27:17 Vit kunnu læra so nógv av hvørjum øðrum. Vinur elskar altíð (er altíð loyalur), og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð. Orðt. 17:17 Gransking vísir, at tann stuðul, umsorgan og viðurkenning, sum vit fáa frá okkum vinum, økir okkara evnir til at møta lívsins avbjóðingum. Fólk, sum hava minst ein góðan vin, klára seg betri enn tey, sum ikki hava, og eru betri fyri sálarliga og likamliga. Lívdin hevur stóran týdning fyri okkum, tí henda samkoman gevur familjum góð kor. At øll familjan kann verða saman um samkomuna og fara saman á møti, hevur verið við til at styrkt okkum sum familju. Felags upplivingar styrkja relatiónir.� Pauli er mín besti vinur. Tað er hann er fari til, tá eg ivist í onkrum, eri kedd, glað ella havi brúk fyri at fáa luft. Hann er mær ein holur stuðul, sum trýr uppá meg, eggjar, vísir respekt, verjir meg, hjálpir mær, og so merki eg altíð, at hann tímir at verða saman við mær. Vit eru ikki saman, tí vit noyðast ella tí vit ikki lova hvørjum út. Vit geva hvørjum øðrum frælsi, og vit elska at verða saman. Vit eru tilvitað um, at vit áhaldandi vilja arbeiða uppá parlagið. Vilt tú investera meira í tykkara vinalag? Tað eru míni bestu ráð. Ein parlag kann verða ein oasa, sum gevur orku, gleði og styrki. Gud ynskir, at vit skulu liva gott saman. Hann hevur úthelt kærleika sín í okkum, so potentiali er har.
Page 14: Bestu vinir - Livdin · 2011-02-11 · Bestu vinir. Munur á parlagi og hjúnalagi, tí síðstnevndu eru gift. At tosa um vinalag í parlagnum, er týdningarmikið fyri øll pør,

Úrslit av vinskapi• Kærleikin blómar• Gleði• Inniligleika / dýbd• Styrki og tryggleika – vit verða meira robust

sum einstaKærleikin blómarsum einstaKærleikin blómar• Stuttleiki• Góða relatión – sum øll hava brúk fyri• Tað hjúnalagið, sum Gud ynskir• Tey bestu hjúnarbondini eru tey, sum hava

varðveitt eitt gott og trygt vinalag

“Jarn brýnir jarn, og eitt menniskjað brýnir annað.” Orðt. 27:17 Vit kunnu læra so nógv av hvørjum øðrum. Vinur elskar altíð (er altíð loyalur), og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð. Orðt. 17:17 Gransking vísir, at tann stuðul, umsorgan og viðurkenning, sum vit fáa frá okkum vinum, økir okkara evnir til at møta lívsins avbjóðingum. Fólk, sum hava minst ein góðan vin, klára seg betri enn tey, sum ikki hava, og eru betri fyri sálarliga og likamliga. Lívdin hevur stóran týdning fyri okkum, tí henda samkoman gevur familjum góð kor. At øll familjan kann verða saman um samkomuna og fara saman á møti, hevur verið við til at styrkt okkum sum familju. Felags upplivingar styrkja relatiónir.� Pauli er mín besti vinur. Tað er hann er fari til, tá eg ivist í onkrum, eri kedd, glað ella havi brúk fyri at fáa luft. Hann er mær ein holur stuðul, sum trýr uppá meg, eggjar, vísir respekt, verjir meg, hjálpir mær, og so merki eg altíð, at hann tímir at verða saman við mær. Vit eru ikki saman, tí vit noyðast ella tí vit ikki lova hvørjum út. Vit geva hvørjum øðrum frælsi, og vit elska at verða saman. Vit eru tilvitað um, at vit áhaldandi vilja arbeiða uppá parlagið. Vilt tú investera meira í tykkara vinalag? Tað eru míni bestu ráð. Ein parlag kann verða ein oasa, sum gevur orku, gleði og styrki. Gud ynskir, at vit skulu liva gott saman. Hann hevur úthelt kærleika sín í okkum, so potentiali er har.