16
Tórshavnar kommuna Postsmoga 32 · FO-110 Tórshavn Telefon 302010 · [email protected] Mánadag-hósdag kl. 9-16 Fríggjadag kl. 9-15 www.torshavn.fo Sethúsabygging MARS 2015

Faldari um Sethúsabygging

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Stutt frágreiðing til tín, sum hevur í hyggju at byggja hús.

Citation preview

Page 1: Faldari um Sethúsabygging

Tórshavnar kommunaPostsmoga 32 · FO-110 Tórshavn

Telefon 302010 · [email protected]

Mánadag-hósdag kl. 9-16

Fríggjadag kl. 9-15

www.torshavn.fo

Sethúsabygging

MARS 2015

Page 2: Faldari um Sethúsabygging

Sethúsabygging

Hesin faldari er gjørdur fyri at lætta um, tá ið søkt verður um byggiloyvi til sethús. Í faldaranum eru dømi um tekningar, sum í minsta lagi skulu verða gjørdar og latnar byggimyndugleikanum í Tórshavnar kommunu.

SKALT TÚ BYGGJA— BYRJA RÆTTÁðrenn farið verður í gongd, er tað eitt gott hugskot, at tann, sum byggir, ger nakrar kanningar:

• Kort av grundøkinum (máliblað/matrikulkort), sum vísir grundstykki og hæddarkurvar.• Kort, sum vísir kloakk, vatn, el, telefon, fjarhita o.a.• Skeyti og tinglisnir servituttir.• Vegasamband og atkoma og ávirkan á grannaøki.• Veganavn og húsanummar.• Ásetingar í byggisamtykt, o.a.• Eru friðingar tætt við áir, sjóvarmála, skógarfriðað øki ella bygningar.• Tætt við landsveg, høvuðsveg ella tætt við kirkjur og onnur mentunarlig støð.

Máliblað fæst frá umhvørvisstovuni. Onnur kort fáast frá kommununi.

ForfundurKommunan kann bjóða umsøkjarum at tosa við byggideil-dina, áðrenn farið verður undir at gera prosjekt. Á fundi-num ber til at fáa greiðu á ymiskum spurningum.

ByggiloyviEingin bygging má byrja, fyrr enn byggiloyvi er fingið til vega, og íbindingargjøld eru goldin. Sambært kunngerð

um kommunala byggimálsviðgerð, kann kommunan ikki geva byggiloyvi ella nýtsluloyvi, fyrr enn tað er staðfest, at tað, sum søkt verður um, eisini verður góðkent av øðrum myndugleikum, ið sambært lóggávu hava heimild at seta krøv til bygging.

Íbindingargjøld:Íbindingargjøld til kommununa eru at síggja á heimasíðu-ni www.torshavn.fo. Onnur íbindingargjøld kunnu vera eitt nú til SEV, telefon, fjarhita, antennu o.s.fr. Kommu-nan kann krevja, at tað verður sett ein trygd fyri møgu-ligar skaðar, sum verða gjørdir á vegir, gongubreytir og annað, sum stendst av arbeiðinum.

ByggiskjalFyri at tryggja at byggingin verður gjørd samsvarandi byggiloyvinum, skal kommunan gera niðanfyri nevndu sýn á staðnum. Byggieftirlitið skal hava boð í góðari tíð í sambandi við hesi sýn, tað er í minsta lagi 2 yrkadagar frammanundan.

• Áðrenn arbeiðið byrjar, skal byggieftirlitið áseta lidna planeringshædd• Tá tað er planerað, og reimar eru lagdar, skal byggi- eftirlitið góðkenna avsetingina.• Tá ið kloakkirnar eru lagdar, men áðrenn tyrvt verður, skal byggieftirlitið góðkenna kloakkirnar.• Tá alt er liðugt, skal byggieftirlitið sýna byggingina og skriva byggiváttan

Meðan bygt verðurVerða broytingar gjørdar undir byggingini, skal boðast kommununi frá. Størri broytingar krevja, at prosjekttil-farið verður dagført og møguligt nýtt byggiloyvi skrivað. Verður grivið í veg, gongubreyt ella annað kommunalt øki, krevur hetta serstakt loyvi. Umsóknarblað og ve-gleiðing fáast frá kommununi.

ByggiváttanTá arbeiðið er liðugt, verður boðað kommununi frá, sum sýnir arbeiðið og skrivar byggiváttan. Bygging má ikki verða tikin í nýtslu, fyrr enn byggiváttan er fingin. Tað sæst í byggiloyvinum, um byggiváttan krevst.

Page 3: Faldari um Sethúsabygging

UMSÓKNARBLAÐOG FYLGISKJØLTá ið søkt verður um byggiloyvi til sethús, skal kommun-an hava umsóknarblað og øll neyðug fylgiskjøl.

Umsóknarblað um byggiloyvi fæst í Snarskivuni ella á www.torshavn.fo. Niðanfyri sæst, hvørji fylgiskjøl skulu leggjast við í umsóknina. Ein umsókn kann verða latin kommununi fysiskt ella digitalt sum PDF-, DWG- ella TIFF-skjøl.

TekningarStøðumynd 1:250/500 sum á síðu 4Flatmyndir 1:100 sum á síðu 5, 6 og 7

Tvørskurðir við tilfarslýsing 1:50 sum á síðu 8 og 9

Síðumyndir 1:100 sum á síðu 10 og 11

Kloakk- & vatnskipan 1:100 sum á síðu 12

SkeytiNeyðugt er at leggja avrit av skeytinum av ognini við í umsóknina.

ServituttirÍ teimum førum, har serstøk fyrivarni og/ella sertreytir eru á ognini, skulu øll skjøl hesum viðvíkjandi verða løgd við í umsóknina.

Frágreiðingar og útrokningarFrágreiðingar, útrokningar og onnur fylgiskjøl, sum sam-an við tekningunum geva fullfíggjaða og greiða lýsing av ætlaðu byggingini, skulu vera við í umsóknini. Dømi um útrokning á byggistigi og nýtslustigi eru á síðu 13.

Tórshavnar kommuna kann krevja statiskar útrokningar, um mett verður, at tað er neyðugt.

ProsjekteringSambært almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar komm unu, skulu tekningar og útrokningar verða gjørdar av fólki við neyðugum førleika. Tað eru arkitektar,

byggi frøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggi valdið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika at lúka krøvini, ið vanliga verða sett tekniskari prosjekt-ering.

Tað er umráðandi, at skjøl sum tekningar, útrokningar og frágreiðingar eru dagfest, merkt við martikulnummari og navn á persóninum, sum hevur gjørt tey. Hesin er sam stundis ábyrgdari av, at skjølini eru nøktandi.

Grannar og markMark móti grannaøkjum skal virðast. Tað er ikki loyvt at fylla inn á, ella at grava so nær, at tað kann leypa úr grannastykkinum. Loyvt er tískil bert at arbeiða út til mark við atliti til omanfyristandandi. Hendir tað ella verður farið inn á grannastykkið, skal avvarðandi hava fráboðan skjótast til ber. Skilagott er at tosa við grannan, um neyðugt er at koma so nær, at grannaognin verður ávirkað.

Góð ráð og heimasíðurByggisamtyktir standa á heimasíðuni hjá kommununi www.torshavn.fo, undir BORGARI ➞ BÚSTAÐUR OG BYGGING ➞ Bygging og byggiloyvi ➞ Byggisamtyktir.

Bygningar skulu lúka brunateknisku krøvini, sum eru ásett í KBB99, sum standa á www.tbsf.fo.

SpurningarHevur tú spurningar í sambandi við byggiloyvi, ert tú vælkomin at venda tær til Snarskivuna ella ringja á tele fon 302010. Eisini ber til at senda teldupost til [email protected]

Page 4: Faldari um Sethúsabygging

STØÐUMYNDStøðumynd skal hava mátlutfall ikki minni enn 1:500, sum vísir stødd og snið á byggigrundini, hvussu hon vendir móti gøtum og ættum, hvar og hvussu hús og møguligt bilhús, P-pláss og innkoyring skulu standa.

Støðumyndin skal vísa verandi ogframtíðar hæddarstig á grundini. Um tað verður hildið neyðugt fyri at avgreiða málið, skulu hæddarstigini á grannagrundunum vera áteknað, og hæddarkurvar standa á støðumyndini.

Eisini skal upplýsast• Grundstykkjaánari• Matr. nr.• Gøtunavn & húsanummar• Vídd á grundstykki• Vídd á húsi• Byggistig• Nýtslustig

RuskílatVíst verður á støðumyndini, hvar pláss verður gjørt fyri ruskílatinum.

Sambært reglugerð í Tórshavnar Kommunu skal ruskílatið standa í mesta lagi 20 metrar frá marki móti vegi, t.v.s. við ta síðu á hús-inum, sum ruskbilurin kemur til.

Ruskílatið skal setast soleiðis, at posin verður tikin uttan vanda fyri vanlukku ella heilsuskaða.

Flutningsøkið millum ruskílat og ruskbil skal vera soleiðis háttað, at flutningur av ruskílati kann fara fram vandaleyst.

- Flutningsøkið skal vera slætt og fast, uttan at vera hált. T.d eru flísar, asfalt ella grús vælegnað.

- Hurðar, portur o.a. skulu kunna standa opin, og vera so breið og høg, at flut- ningur kann fara fram uttan ampa.

Page 5: Faldari um Sethúsabygging

FLATMYND — KJALLARAHÆDDFlatmynd av húsinum, í minsta lagi mátlutfall 1:100 við áskrivaðum mátum, bæði høvuðsmátum og gjøgnum-gangandi stakmátum. Tilskilað verður, hvat rúmini eru ætlað til. Eisini skulu dyr og saniterar innleggingar, t.d. køkur og baðirúm o.a. verða teknað.

Á flatmyndini skal verða viðmerkt, hvørji vindeygu lúka treytirnar fyri bjargingarop (BO)

Page 6: Faldari um Sethúsabygging

FLATMYND — STOVUHÆDDFlatmynd av húsinum, í minsta lagi mátlutfall 1:100 við áskrivaðum mátum, bæði høvuðsmátum og gjøgnum-gangandi stakmátum. Tilskilað verður, hvat rúmini eru ætlað til. Eisini skulu dyr og saniterar innleggingar, t.d. køkur og baðirúm o.a. verða teknað.

Á flatmyndini skal verða viðmerkt, hvørji vindeygu lúka treytirnar fyri bjargingarop (BO)

Page 7: Faldari um Sethúsabygging

FLATMYND — LOFTSHÆDDFlatmynd av húsinum, í minsta lagi mátlutfall 1:100 við áskrivaðum mátum, bæði høvuðsmátum og gjøgnum-gangandi stakmátum. Tilskilað verður, hvat rúmini eru ætlað til. Eisini skulu dyr og saniterar innleggingar, t.d. køkur og baðirúm o.a. verða teknað.

Á flatmyndini skal verða viðmerkt, hvørji vindeygu lúka treytirnar fyri bjargingarop (BO)

Page 8: Faldari um Sethúsabygging

TVØRSKURÐUR VIÐ TILFARSLÝSINGTvørskurður, í minsta lagi mátlutfall 1:50, við tilfars-lýsing og planering, har hæddarmát, kotur á lendi og veg eru áskrivað. Tvørskurðurin skal vísa konstruktiónir, tilfar, planering o.a., sum er neyðugt fyri at fáa eina fatan av, hvussu húsini verða bygd.

PlaneringshæddPlaneringshæddin verður ásett við atliti til verandi lendi, veg og grannastykki. Tað ber til hava forskotnar planer-ingshæddir, har lendið er soleiðis háttað, at hetta er ein møguleiki.

Planeringshæddir skulu góðkennast av byggivaldinum.

Page 9: Faldari um Sethúsabygging
Page 10: Faldari um Sethúsabygging

SÍÐUMYNDIRTekning av øllum útsíðum á húsunum, í minsta lagi mátlutfall 1:100, ið vísa, hvussu húsini fara at síggja út, hvussu tey standa í lendinum, og hvussu planering er í mun til grannastykkini.

Page 11: Faldari um Sethúsabygging
Page 12: Faldari um Sethúsabygging

Dren 3-5‰

Dren 3-5‰

ø110mm min. 15‰

ø110

mm

min

. 15‰

ø110

mm

min

. 15‰

ø110mm min. 15‰

ø110mm min. 15‰

Takbr. ø200

Takbr. ø200

Takbr. ø200

ø110mmLitur: Reyður

ø160mmLitur: Bláur

Íbinding í verandi kloakk

Takbr. ø200

Brunnur við gjøgnum-rensli ø315

Brunnur við gjøgnum-rensli ø315

Brunnur við gjøgnum-rensli ø315

Brunnur við gjøgnum-rensli ø315

Øll rør og fittings skulu vera PVCMinsta hall á rørum er 15‰Kv : KøksvaskRv : ReingerðarvaskHv : HandvaskWc : Wc-kummaBr : BrúsaBad : BaðikarGF : GólvfrárenningRS : RennistokkurRL : ReinsilúkaF : FilturV : Ventilur

Brunnur við gjøgnum-rensli ø315

Brunnur við gjøgnum-rensli ø315

Reinsibrunnur viðvatnlási ø315

Takbr. ø200

ø110

mm

min

. 15‰

ø110

mm

min

. 15‰

ø25

stik

klei

ðing

Dre

n 3-

5‰

Dre

n 3-

5‰ø1

10m

m m

in. 1

5‰

KLOAKKÆTLANÁðrenn farið verður undir at grava kloakkir, eigur sethúsaeigarin at kunna seg væl um tey viðurskifti, sum eru galdandi á hesum øki.

Umráðandi er at avgreiða kloakkir væl fyri at fyribyrgja trupulleikar við kloakkini. Hetta er eisini við til at fyribyrgja trupul-leikar við dálking, ampa av lukti og nøring av rottu.

Kloakkskipanin skal verða teknað inn í støðumyndina/ar og allar viðkomandi flat-myndir. Tað, sum skal lýsast út í æsir, skal um neyðugt verða teknað serskilt.

Øll bygging skal arbeiða við tvísporaðari kloakkskipan, t.v.s. at spillivatn verður leitt fyri seg og regnvatn fyri seg. Regn-vatn er bæði yvirflatuvatn og drenvatn. Kloakk skipan fatar um: spillivatn, yvir-flatuvatn og dren.

Á tekning nr. X sæst dømi um flatmynd av kloakkskipan í kjallara við íbinding í 3 kamar rottanga. Er rottangin av gamla 1-kamar slagnum, skal bara spillivatn frá wc í rottangan. Alt annað skal bindast í rørleiðingina aftan á rottangan. Tá skal feittbrunnur setast uttandura, tó so nær at køki sum til ber.

Øll rør, bend og annað í jørð skulu verða úr PVC ella góðkendum plastrørum, í góðskuflokki S. Rør í jørð skulu verða í minst Ø110mm. Minsta hall á rørleiðing-unum skal verða 15‰, tó kunnu drenleið-ingar leggjast við 3 – 5‰.

Sethúsaeigari hevur skyldu at boða komm-unala myndugleikanum frá, áðrenn kloakk-in verður tyrvd. Hetta er týdningarmikið, tí á henda hátt kann byggieftirlitið koma á staðið at sýna kloakkina.

Page 13: Faldari um Sethúsabygging

Sethúsaeigari eigur at kanna eftir, at rottangin er nóg stórur, áðrenn hann verður settur niður. Rottangastøddin verður ásett eftir talið á fólki í húskinum. Er ætlanin at gera íbúð í kjallara ella er íbúð í kjallara frammanundan, eigur hetta at verða roknað uppí.

GG! Um húsini eru íbundin/skulu íbindast eitt reinsiverk, skal sjálvsagt eingin rottangi vera.

VATNVEITINGVanliga liggur ein Ø 25 PEM TN 10 vatnleiðing við ventil, umleið 1 metur inn á ognini. Vatnleiðing skal verða løgd 40 cm niður í tætt tilfar, t.d. mold ella sand fyri at tryg-gja ímóti frosti. Í kjallara skal verða lætt atkomuligt til stoppikrana og grovfiltur. Ventilar og vatnleiðing eru ogn eigarans. Sí eisini reglugerð við vatnskipan á torshavn.fo

ÚTROKNING AV BYGGI- OG NÝTSLUSTIGITórshavnar kommuna er skipað í fleiri øki við ymiskum ásetingum um t.d. byggistig, nýtslustig, hæddir o.a. Meira kunning um hesar ásetingar eru at finna í byggisam-tyktini á www.torshavn.fo. Eisini kanst tú venda tær til Snarskivuna.

Útrokning av byggistigiByggistigið er lutfallið millum víddina á húsinum og vídd ina á grundstykkinum.

Dømi: grundstykkið er 500 m² húsið er 100 m² til víddar byggistig 100 / 500 = 0,2

Útrokning av nýtslustigiNýtslustigið er lutfallið millum samlaðu gólvvíddina á øl-lum hæddum í húsinum og víddina á grundstykkinum.

Allar hæddir verða roknaðar við í nýtslustigið.

Loftið verður bert rokna uppí gólvvíddina við eini vídd sum liggur í planskurði 1,5 m omanfyri yvirkant bjálkalag, roknað til uttaru síðu á takinum. (sí AB kap. 4, §26).

Dømi: grundstykkið er 500 m² kjallari er 100 m², miðhæddin 100 m² og loftið 62,5 m² til víddar nýtslustigið er 262,5/500 = 0,525

Fyri vanlig sethús við ongum kjallara kann byggivaldið loyva, at 10% verður lagt afturat mest loyvdu gólvvídd/nýtslustigi.

Loyvt er at økja um byggi- og nýtslustigið við 0,1, tó í mesta lagi 50 m², sum bert kann nýtast til bilhús, bil-skýli, úthús, yvirdekkað øki o.l.

Innrættan av húsumÍ almennu byggisamtyktini eru í kap. 6-13 ásetingar um minstu krøv til húsabygging, herundir m.a.:

• Innrætting av húsum• Minstu stødd av rúmum• Vindeygavídd• Eykarúm til vaskirúm, goymslur o.a.• Atkomuviðurskifti og trappur• Ásetingar um konstruktiónir• Avbyrging móti slavi• Hitabjálving• Luftnýggjan

Page 14: Faldari um Sethúsabygging

BRUNAVIÐURSKIFTI Allar byggingar skulu verða gjørdar á slíkan hátt og vera úr tílíkum tilfari, at tær geva nøktandi trygd fyri eldi, og at eldurin ikki breiðir seg á egnum grundøki, innanhýsis og til grannabygningar.

Bygningar skulu geva fólki, sum eru inni, góða trygd oggóðar møguleikar at sleppa til rýmingar, tá eldur er í. Góðar umstøður skulu vera at sløkkja eld og at bjarga fólkum út.

Bjargingarop:Øll búrúm, so sum køkur, stova og kømur, skulu hava,umframt vanligu útgongdina, minst eitt bjargingarop.

Bjargingarop eru vindeygu, lemmar og dyr í útveggi og tekju, har fólk kunnu verða bjargað, og har eisini bjarg-ingarfólk sleppa inn.

Sløkkiliðsfólk skulu sleppa fram at bjargingaropum, t.d. við stigum. Rimar, vindfang, sólskermar o.a. mugu ikki vera ein forðing fyri at síggja ella nýta bjargingarop.

Uttan trupulleikar skal bera til at lata upp vind eygu og bjargingarop og lata tey standa víðopin, so tað slepst um tey bæði út og inn.

Bjargingarop skulu vera í minsta lagi 60 cm høg og 50 cm breið. Tó skal hædd og breidd tilsamans vera ikki minni enn 150 cm.

Er hæddin frá lendi upp til bjargingarop minni enn 200 cm, kann hæddin á sjálvum bjarginaropinum vera 50 cm.

Er hæddin frá lendi upp til bjargingarop í tekju meiri enn 9 m, skal hæddin á sjálvum bjargingaropinum vera ikki minni enn 80 cm.

Frá gólvi upp til undirkant á bjargingaropi skal ikki vera hægri enn 120 cm.

Kravið um bjargingarop kann verða fráfallið, um tað ávísa rúmið hevur beinleiðis samband við í minsta lagi 2 onnur rúm, sum hava bjargingarop og sum ikki standa í sambandi hvørt við annað.

Page 15: Faldari um Sethúsabygging

Á loftum har gólvið er hægri enn 5,5 m (2 hæddir omanfyri) lægsta jørðildi, skulu bjargingarop í tekjum og kvistum, vera soleiðis háttað og sett, at tað, mált vatn-rætt frá takskeggi inn til niðara kant á bjargingaropi, ikki er longur enn 1,4 m.

Hevur opið sama hall sum tekjan (takvindeyga), skalinnandura vera í minsta lagi 20 cm vindeygakarmur, ella trin ikki hægri enn 80 cm yvir gólvinum og í mesta lagi 40 cm niðanfyri bjargingaropinum.

Trappur og skilagólv:Í húsum við 2 hæddum og kjallara, skal kjallarin verasjálvstøðug brunaeind. Skilagólvið yvir kjallara, eins ogberandi konstruktiónir inni í kjallara, skulu vera í minsta lagi úr BD-húsaluti 60. Trappa millum kjallara og ovaru hæddina skal verða skilað frá aðrari hæddini við í minsta lagi BD-húsaluti 60 og við hurð, sum í minsta lagi er BD-hurð 30.

Eru fleiri enn 2 hæddir og kjallari, eru onnur krøv samb.KBB99.

Góð ráðÚthurðar skulu hava knarva innan, so til ber at læsa upp við ongum lykli.

Roykávaringar, eldsløkkjari og brandteppi.

Stigi og/ella reip á loftinum.

Page 16: Faldari um Sethúsabygging

MINNISLISTI

Forkanningar:

Havi lisið faldaran „Sethúsabygging“

Kort av grundstykkinum

Kort av kloakk, vatn o.a.

Aðrar innleggingar el, telefon, hiti, fjarhiti, antenna o.a.

Skeyti og tinglisnir servituttir

Vegasamband og atkoma og ávirkan á grannaøki.

Veganavn og húsanummar

Ásetingar í byggisamtykt

Friðingar og líknandi

Skal forfundur verða

Er alt tilfar við:

Umsókn, umsóknarblað

Støðumynd, minst 1:250/500

Flatmyndir, minst 1:100

Tvørskurður, minst 1:50

Síðumyndir, minst 1:100

Kloakkplanir, minst 1:100

Tekningar av bjargingaropum, minst 1:50

Tilfarslýsing

Máliblað frá Umhvørvisstovuni

Avrit av skeyti og servituttum

Eru allir upplýsingar:

Matrikulnummar

Grundstykkjaánari

Teknað hevur og dagfesting

Veganavn og húsanummar

Staðseting av húsi, norðpílur

Vídd á grundstykki

Hæddarkurvar, garðar, skráar o.a.

Vídd á húsi

Byggistig

Nýtslustig

Planeringshædd, hæddarkotur

Eru brunaviðurskiftini í lagi

Bilhús, ella pláss til bilhús

Parkeringspláss

Ruskílat, postkassi og húsanummar

Upplýsing um ætlanin krevur frávik frá ásetingunum

Upplýsing um nýtslan er annað enn sethús

Innrættan av húsum:

Í almennu byggisamtyktini eru í kap. 6-13 ásetingar

um minstu krøv til húsabygging

Kloakk:

Er reinsiverk ella rottangi

Kloakk, regnvatn, dren, yvirflatuvatn

Brunnar og reinsimøguleikar

Stødd og slag av rørum

Hall av rørum

Annað:

Íbindingargjøld

Fráboðanarskilda:

Áðrenn arbeiðið byrjar

Tá tað er planerað og reimar lagdar.

Tá kloakkir eru lagdar, áðrenn tyrvt er

Tá alt er liðugt