13
1 Frágreiðing um Ramsar virksemi í 2011 William Simonsen, Leivur Janus Hansen Føroya Náttúrugripasavn, Søvn Landsins Bergur Olsen Fuglakanningarstøðin, Havstovan Tórshavn, 2011

Frágreiðing um Ramsar virksemi í 2011 · 2015-11-03 · fuglar, skulu verjast. Eitt øki verður mett at hava altjóða týdning, um tað í tíðarskeið eru fleiri enn 20.000

  • Upload
    others

  • View
    0

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: Frágreiðing um Ramsar virksemi í 2011 · 2015-11-03 · fuglar, skulu verjast. Eitt øki verður mett at hava altjóða týdning, um tað í tíðarskeið eru fleiri enn 20.000

1

Frágreiðing um Ramsar virksemi í 2011

William Simonsen, Leivur Janus Hansen

Føroya Náttúrugripasavn, Søvn Landsins

Bergur Olsen

Fuglakanningarstøðin, Havstovan

Tórshavn, 2011

Page 2: Frágreiðing um Ramsar virksemi í 2011 · 2015-11-03 · fuglar, skulu verjast. Eitt øki verður mett at hava altjóða týdning, um tað í tíðarskeið eru fleiri enn 20.000

2

Innihald Innihald ....................................................................................................................................................... 2

Innleiðing..................................................................................................................................................... 3

Ramsar sáttmálin ......................................................................................................................................... 4

Ramsar sáttmálin í Føroyum ........................................................................................................................ 4

Ramsar Information Sheets .......................................................................................................................... 5

Vísindaligt virksemi ..................................................................................................................................... 6

Savnað skrivligt tilfar ................................................................................................................................ 6

Loftmyndir av Mykinesi og Nólsoynni ....................................................................................................... 6

Kortlegging eftir loftmyndum .................................................................................................................. 7

Lundin í Mykinesi ..................................................................................................................................... 8

Drunnhvítin í Nólsoy ...............................................................................................................................12

Niðurstøða..................................................................................................................................................12

Samanumtikið.............................................................................................................................................13

Page 3: Frágreiðing um Ramsar virksemi í 2011 · 2015-11-03 · fuglar, skulu verjast. Eitt øki verður mett at hava altjóða týdning, um tað í tíðarskeið eru fleiri enn 20.000

3

Innleiðing Hendan frágreiðingin snýr seg um fyrsta árið við vísindaligum arbeiði í samband við Ramsar sáttmálan.

Grundarlagið undir hesum arbeiði bleiv lagt á fundi, ið Innlendismálaraðið kallaði inn til í oktober 2010 og

fylgjandi arbeiðsfundum. Á hesum fundum vórðu viðurskifti viðvíkjandi útnevnan av Ramsar økjum

viðgjørd. Tosa var um hvørjar treytir eitt øki skal lúka fyri at kunna roknast sum eitt Ramsar øki, hvørjar

ábyrgdir tað førir við sær, at útnevna eitt Ramsar øki og, ikki minst, hvussu vit skulu arbeiða fyri at fáa lýst

økir í Føroyum sum Ramsar øki. Víst varð á týdningin av formligum viðurskiftum sum nøktandi løgfrøðiligar

karmar og at íbúgvarnir í ætlaðu Ramsar økjunum vera tiknir við og eru við í tilgongdini at skipa Ramsar øki.

Úrslitið av hesum fundum varð, at ein byrjan uppá Ramsar arbeiðið varð løgd til rættis og fígging fingin til

vega.

Page 4: Frágreiðing um Ramsar virksemi í 2011 · 2015-11-03 · fuglar, skulu verjast. Eitt øki verður mett at hava altjóða týdning, um tað í tíðarskeið eru fleiri enn 20.000

4

Ramsar sáttmálin Ramsar er millumtjóðasáttmáli um vernd av vátøkjum av altjóða týdningi fyri fugl. Ramsar sáttmálin varð

samtyktur í 1971 í býnum Ramsar í Iran, harav navnið. Sáttmálin kom í gildi í 1975, og nú hava 152 lond tikið

undir við sáttmálanum, teirra millum øll Norðurlond. Í alt eru tilnevnd 1629 vátøki av altjóða týdningi.

Endamálið við sáttmálanum er at verja vátøki av týdningi fyri fugl. Øll øki, sum hava altjóða týdning fyri

fuglar, skulu verjast. Eitt øki verður mett at hava altjóða týdning, um tað í tíðarskeið eru fleiri enn 20.000

fuglar í økinum ella um tað minst er 1% av einum slagi ella undirslagi í økinum. Tað eru ikki bert fuglar, sum

havast skal fyrilit fyri. Øll djóra- og plantusløg á økinum skulu eisini verjast fyri ovnýtslu fyri at varðveita tað

natúrliga umhvørvið.

Lond, sum hava tikið undir við sáttmálanum, binda seg til at tilnevna í minsta lagi eitt Ramsar-øki og til at

arbeiða fyri at tryggja vernd av vátøkjum. At gagnnýta vátøki skal gerast á ein burðardyggan hátt. Tað vil

siga, at umsitingin av økjunum bæði skal varða av teirra virði og tryggja, at ein gagnnýtsla av teimum ikki

minkar um virði tess.

Ramsar sáttmálin í Føroyum Ramsar sáttmálin hevur verið galdandi fyri alt danska ríkið síðan 1978, tó uttan at nakað ítøkiligt hevur verið

gjørt í Føroyum.

Fyri veruliga at seta sáttmálan í verk í Føroyum, tók Fuglakanningarstøðin saman við innlendismálaráðnum,

á heysti 2010, stig til fyrireikandi fund um stovnan av Ramsar økjum í Føroyum. Fundurin var hildin

dagarnar 12. og 13. oktober í Sjó- og Vektarbúðini á Tinganesi. Á fundinum vóru umboð fyri Ramsar

skrivstovuna í Geneve, landstýrið, almennar stovnar, kommunur og áhugafelagsskapir.

Mynd 1. Frá fundinum í Sjó- og Vektarbúðini á Tinganesi (ramsar.org)

Ramsar sáttmálin hevur 9 treytir (sí www.ramsar.org), og um eitt øki lýkur eina av hesum treytum, so er

tað av altjóða týdningi og kann lýsast sum Ramsar øki. Í Føroyum er tað serliga sjófuglur ið lýkur hesar

treytir.

Út frá tøkari vitan og Ramsar treytum, varð mett, at fleiri økir, ið vórðu umrødd, kundu verða lýst sum

Ramsar økir. Fyri at koma víðari var semja um, at leggja eina ætlan og skipa eina tilgongd. Fyrsti fundurin

skuldi vera innan alt ov langa tíð, og ynskiligt var eisini at søkja um Ramnsar-viðurkenning innan ov langa

tíð.

Page 5: Frágreiðing um Ramsar virksemi í 2011 · 2015-11-03 · fuglar, skulu verjast. Eitt øki verður mett at hava altjóða týdning, um tað í tíðarskeið eru fleiri enn 20.000

5

Úrslitið av hesum fundi og eftirfylgjandi arbeiðsfundum var, at í fyrstu syftu skuldi áherðsla vera løgd á at

lýsa tey trý økini: Nólsoy, Skúvoy og Mykines. Mett varð, at hesi trý økir vóru tey mest týdningarmiklu. Fleiri

enn trý økir høvdu møguliga gjørt arbeiðsbyrðuna ov stóra og harvið samlaða úrslitið verri. Hendan

raðfestingin er grundað á teir týðandi fuglastovnarnar á teimum ymisku oyggjunum, serstakliga

drunnhvítastovnin í Nólsoy, lundastovnin í Mykinesi og lomvigastovnin í Skúvoy.

Tveir bólkar vórðu stovnaðir, ein vísindabólkur og ein fyrisitingarbólkur. Vísindabólkurin varð mannaður við

umboðum frá Náttúrugripasavninum, Havstovuni og Fuglafrøðifelagnum. Uppgávan hjá vísindabólkinum er

m.a. at útvega neyðugar fakligar upplýsingar til umsókn um Ramsar-viðurkenning, at gera fakligt tilmæli um

eina eftiransingarætlan fyri økini, at veita fyrisitingarbólkinum fakligar upplýsingar og annars at heita á

onnur vísindafólk um upplýsingar av týdningi fyri økini. Fyrisitingarbólkurin skuldi mannast við umboðum

frá Innlendismálaráðnum, Umhvørvisstovuni, Fuglafrøðifelagnum, avvarðandi kommunum og

Náttúrugripasavninum.

Ramsar Information Sheets

Tá søkt verður um at fáa viðurekent eitt Ramsar øki, verða sokallað Ramsar Information Sheets (RIS) útfylt. Í

hesi ørk verður skrivað viðkomandi kunning um økini. Mett verður, at verandi vitan er nóg góð til at fáa

góðkent Mykines, Nólsoy og Skúvoy. RIS vórðu útfylt av Gísli Már Gislason og Leivur Janus Hansen í

november 2010. Hesi vóru send til metingar hjá Ramsar skrivstovuni í Geneve; svar við rættingum og

viðmerkingum kom í februar 2011. Arbeitt varð víðari við RIS skjølunum, har rættingarnar og viðmerkingar

vóru tiknar við. RIS skjølini vórðu aftur send til viðmerkingar í sept 2011.

Page 6: Frágreiðing um Ramsar virksemi í 2011 · 2015-11-03 · fuglar, skulu verjast. Eitt øki verður mett at hava altjóða týdning, um tað í tíðarskeið eru fleiri enn 20.000

6

Vísindaligt virksemi

Vísindabólkurin skipaði seg soleiðis, at Bergur Olsen umboðaði Havstovuna, William Simonsen umboðaði

Fuglafrøðifelagið, og Leivur Janus Hansen umboðaði Náttúrugripasavnið og hevði verkætlanarleiðsluna.

Bólkurin hevði nakrar fundir várið 2011. Staðfestast kundi, at Skúvoyggin er best fyri, tá tað kemur til

kunnleika um støddir av fuglastovnum og broytingum í stovnunum. Lundastovnurin í Føroyum er ongantíð

taldur, men ein meting er gjørd í 1987. Í Lamba, í Mykinesi, er tættleikin av lundaholum taldur í 1972.

Drunnhvítastovnurin er heldur ikki taldur, og metingar eru einasta grundarlagið undir teimum tølum vit

kenna. Á fundunum varð avgjørt at í 2011 skuldu vit:

Savna skrivligt tilfar fyri Nólsoy, Skúvoy og Mykines

Fyrireika teljing av lunda í Mykinesi

Kortlegging og myndatøka av økinum

Avtalu samstarv við útlendska serfrøði

Fyrireika teljing av drunnhvítastovninum í Nólsoy

Kortlegging og myndatøka av økinum

Avtalu um samstarv við útlendska serfrøði

Skriva frágreiðing

Savnað skrivligt tilfar

Luttakararnir í vísindabólkinum savnaðu yvirlit yvir tilfar, ið teir høvdu kunnleika til. Jens-Kjeld Jensen lat

eisini nógv tilfar, t.d. eru samlaðar umleið 109 greinir, viðkomandi fyri Nólsoynna. Greinirnar snúgva seg í

høvuðsheitum um fugl t.d. ringmerkingar, skrásetingar og ymiskar fráboðanir. Eisini eru greinir um skordjór

og súgdjór. Innsavnað skrivligt tilfar er lagt í telduskipanina Mendeley.

Fyri at fáa yvirlit yvir ta vitan greinirnar umboða eru tær deildar upp í bólkar eftir evni. Greinirnar og

bøkurnar geva eitt gott yvirlit yvir tann kunnleika sum er tøkur fyri nevndu trý økir. Gomlu keldurnar geva

eitt gott yvirlit yvir fuglalívið og tilfeingisnýtsluna í 19. øld. Hetta, saman við nýggjari vitan, eigur at nýtast

sum amboð til skilagóða nýtslu av økjunum. Eisini eru fleiri greinir um ringmerking av fugli í Føroyum, sum

siga okkum, hvussu fuglurin ferðast, og hvar hann heldur til um veturin. Í Ramsar høpi hevur gamla

mentunarliga sambandið til náttúruna, og tann lærdómur, ið her er varðveittur, nógv virði.

Tørvur er kortin á, at tað verður granskað nógv meir. Vit vita t.d. alt ov lítið um, hvussu stórir fuglastovnarnir eru, hvussu teir trívast, hvussu teir broytast, og hvør orsøkin er til tær broytingar, ið fara fram.

Loftmyndir av Mykinesi og Nólsoynni

Lundalondini í Mykinesi og Nólsoynni skuldu kortleggjast, og tí var tørvur á góðum myndum, sum kundu

vísa lundalondini. Myndirnar vórðu tiknar meðan flogið varð við tyrlu runt um Mykines og Nólsoy. Avtalað

varð við Atlantic Airways, at flúgvast skuldi ein dag, tá tað var ljóst, men yvirskýggjað, tí tá verða myndirnar

best. Hans Eli Sivertsen og Leivur Janus Hansen tóku myndir í høgum loysni, ið vórðu nýttar til kortlegging.

Meðan flogið varð, avmyndaðu teir, við 90mm og 300mm linsum og Nikon myndatólum, øll tey økir, ið sóu

út til at kunna vera lundalond. William Simonsen og Jóhannis Danielsen vóru eisini við, og tóku

yvirlitsmyndir.

Page 7: Frágreiðing um Ramsar virksemi í 2011 · 2015-11-03 · fuglar, skulu verjast. Eitt øki verður mett at hava altjóða týdning, um tað í tíðarskeið eru fleiri enn 20.000

7

Mynd 2. Myndatøka 12 juli 2011. Mykines t.v og lundaland í Nólsoy t.h.

Mynd 3. Mykines t.v. og Nólsoy t.h. Fyri hvønn prkk er mynd tikin.

Kortlegging eftir loftmyndum

Avtala varð gjørd við Jim í Horni um at kortleggja lundalondini í einum GIS forritið. Avtala var eisini gjørd við

Jarðfeingi um lán av hølum og útbúnaði.

Jim í Horni hugdi eftir hvørjari mynd og staðfesti hvørjum øki myndin var av og staðfesti síðani, um lundi

ella holur vóru at síggja á myndini. Á henda hátt bar til at tekna á kort, tey økir ið sóu út til at vera

lundalond

Mynd 4. Mykines t.v. Reyðu økini eru lundalond. Nólsoy t.h. Blá økið er lundaland.

Page 8: Frágreiðing um Ramsar virksemi í 2011 · 2015-11-03 · fuglar, skulu verjast. Eitt øki verður mett at hava altjóða týdning, um tað í tíðarskeið eru fleiri enn 20.000

8

Lundin í Mykinesi

Eftir samskifti við serfrøðingar í Noregi og Íslandi varð avgjørt, at í ár skuldi partur av lundalondunum í

Mykinesi teljast. Mannagongdin var ein “stratified sampling method”. Ein tillaging av tí sum er lýst í Seabird

Monitoring Handbook for Britain and Ireland (Walsh, et al 1995). Fyrst varð tættleikin av holum í økinum

taldur. Síðan var lutfallið av holum í nýtslu talt.

Tættleikin av holum varð taldur

Dagarnar 6. – 10. juni vóru Leivur Janus Hansen, William Simonsen og Sjúrður Hammer í Mykinesi og taldu

tættleikan av lundaholum.

Framferðin var tann, at eitt øki í Mykinesi varð býtt upp í puntar (mynd 7), hettar var gjørt í GIS forritinum

MapInfo. Puntarnir vóru 20m x 20m. Krosstølini fyri miðjuna í hvørjum kvadrati vórðu funnin og førd yvir á

GPS. Á staðnum varð ein pinnur settur mitt í puntin. Ein endi, ið var 3,09 m til longdar, varð festur í pinnin,

og soleiðis kundi eitt runt øki uppá 30 m2 avmarkast og teljast. Allar lundaholur, sum vóru í hesum 30m2 øki

vórðu taldar. Samanlagt vóru 147 tílík økir tald. Fyrsti dagurin fór til at hyggja at økinum, gjøgnumganga teir

puntar ið skuldu teljast og leggja ætlan fyri næsta degi. Hendan fyrsta dagin sást nakað av lunda (mynd 5).

Týsdagin 7. juni varð farið í gongd við at telja í Dalinum. Tað var nógvur vindur og lítið sást til lunda.

Mikudagin 8. juni varð talt á Rógvukolli og Lamba; tað var nógvur vindur og regn, og lítið sást til lunda á

landi. Hósdagin 9. juni varð talt í Lamba. Tað var skiftandi veður við regni og sól; lítið sást til lunda á landi.

Eftir midnátt varð farið út í Hólm fyri at hyggja eftir sýldum drunnhvíta og staðfesta, hvar hann eigur.

Mynd 5. Lundi (t.v.) og lundaland (t.h.) í Mykinesi í 2011.

Page 9: Frágreiðing um Ramsar virksemi í 2011 · 2015-11-03 · fuglar, skulu verjast. Eitt øki verður mett at hava altjóða týdning, um tað í tíðarskeið eru fleiri enn 20.000

9

Mynd 6. Teljing av lundaholum í Dalinum.

Nýtslan av holum verður tald

25. juli vóru William Simonsen og Sjúrður Hammer í Mykinesi og taldu lutfallið av lundaholunum í nýtslu.

Framferðin var tann, at fýra økir á 20m x 20m vórðu útvald; tvey í Dalinum og tvey í Lamba. Her varð

skrásett hvussu nógvar lundaholur bóru tekin um, at lundi hevði verið í holuni í ár. Um líkt var til at lundi

hevði nýtt holuna (um t.d. grasið var traðkað niður, ella lundi hevði gravað ella skvett), varð holan skrásett

sum upptikin. Upptiknar holur vórðu eftirkannaðar við myndatóli (endoskopi), fyri at fáa staðfest, um pisa

ella egg var í reiðrinum. Um einki sást til, at lundi hevði verið í holuni, varð holan skrásett sum óbrúkt.

Úrslit

Úrslitini um flatuna av lundalondum í Mykinesi og Nólsoynni skulu takast við stórum fyrivarni, tí tey eru bert

grundað á loftmyndir. Eftir er, saman við staðkendum fólki, at meta um, hvussu væl hetta samsvarar við

veruleikan, tó úrslitini frá teljingunum í Dalinum, Rógvukolli og Lamba benda á, at her er hampuligt

samsvar.

Í Nólsoynni er kortlagt eitt stórt samanhangandi øki. Væntandi eigur lundi ikki í øllum økinum, men tað bar

ikki til at kortleggja neyvari útfrá myndunum, tí meginparturin er ein urð. Harafturat eru smá lundalond

aðra staðni á oynni, sum ikki síggjast á loftmyndunum.

Flatan av lundalondunum í Mykinesi

Í Mykinesi vórðu fleiri lundalond runt oynna kortløgd og samlaða flatan av teimum er 118.748 m2.

Flatan av lundalondunum í Nólsoy

Í Nólsoy er kortlagt eitt øki og flatan av tí er 323.157 m2.

Tættleikin í Mykinesi

Tættleikin av lundaholum í teimum 147 puntunum, ið vórðu tald, er fyri tað mesta lágur (mynd 8), eisini

samanborið við onnur úrslit (Nielsen og Røstad 1993). Í miðal 0,555 pr. m2.

Page 10: Frágreiðing um Ramsar virksemi í 2011 · 2015-11-03 · fuglar, skulu verjast. Eitt øki verður mett at hava altjóða týdning, um tað í tíðarskeið eru fleiri enn 20.000

10

Mynd 7. Lamba, Rógvukollur og Dalurin í Mykinesi. Gráu økini eru lundalond kortløgd útfrá myndum. Í hvørjum punti var talið av

holum taldar í 30 m2 og síðan faldað við 13,33 so talið svarar samlaðu holurnar í 400 m2. □ 0–1 hola, ■ 2-10 holir, ■ 11-20 holir, ■

21-30, ■ 31-40, ■ 41-50, ■ 51-60, ■ 61-70.

Flest holur eru har lendið hellir.

Økið har teir 147 puntarnir vóru upptaldir er Dalurin, Rógvukollur og Lamba. Í hesum økinum er kortlagda

lundalandið 80.631 m2. 0,555 holur pr. m2 í einum øki uppá 80.631 m2 gevur 44.751 lundaholur. Samanlagt

fyri Mykines gevur tað 65.905 lundaholur. Hettar er lægri enn tøl frá 1972 har talt varð í Lamba og meðal

var tætt við 2 holur pr m2 (Bergur Olsen unpublished).

Teir 147 puntarnir verða býttir í tríggjar partar: 49 puntar við hægst tættleika, 49 puntar við lægst tættleika

og 49 puntar við miðal tættleikar av holum. Meðaltalið fyri teir 49 puntarnar við hægst tættleika er 1,28

holur pr. m2, mittasta meðal er 0,354 holur pr. m2 og lægsta meðal er 0,0313 holur pr. m2.

Tættleiki Høgur Meðal Lágur

Meðal holur pr. m2 1,28 0,354 0,0313 Holur fyri alla oynna 151.997 42.036 3717 Talva 1. Útrokningar av ymsum tættleika av holum.

Page 11: Frágreiðing um Ramsar virksemi í 2011 · 2015-11-03 · fuglar, skulu verjast. Eitt øki verður mett at hava altjóða týdning, um tað í tíðarskeið eru fleiri enn 20.000

11

Mynd 8. Tættleikin (holur pr. m2) í 147 kvadratum

Økini, ið vóru tald, svara til puntarnar á mynd 7, men hesir fara eitt vet út um lundalondini, sum eru

innteknaði við GIS forritið. Tí er møguligt, at innteknaðu økini undirmeta útbreiðsluna av lundalondum

nakað.

Nýtslan av lundaholum í Mykinesi

Stað Egg Brúktar holur

Óbrúktar holur

Holur

Dalurin AI11 3 10 37 47 AI13 6 34 60 94

Lamba O20 2 25 58 83

P18 1 31 35 66 Samlað 12 100 190 290 Talva 2. Her sæst hvussu nógvar holur vórðu brúktar og hvussu nógvar av teimum høvdu egg (eingin við pisu), og hvussu nógvar ikki vórðu brúktar.

Ongin lundahola varð funnin við pisu; øll eggini vóru køld, so ikki kann sigast, at tað eydnast hjá lundunum í

ár. Men hetta er eisini í samsvar við tað, fólk vita at siga frá. Í meðal sóu 33,5 % av holunum út til at hava

verið brúktar av lunda í ár.

Ætlanin er at samarbeiða meir við útlendska serfrøði um teljing av fugli t.d. við Erpur Snar Hansen Ph.D úr

Íslandi.

Í Mykinesi greiddi Leivur Janus Hansen frá, hvat tað vóru fyri teljingar ið blivu gjørdar á staðnum og í

hvørjum sambandi hetta bleiv gjørt.

0

10

20

30

40

50

60

70

0,2 0,4 0,6 0,8 1 1,2 1,4 1,6 1,8 2 Mere

Page 12: Frágreiðing um Ramsar virksemi í 2011 · 2015-11-03 · fuglar, skulu verjast. Eitt øki verður mett at hava altjóða týdning, um tað í tíðarskeið eru fleiri enn 20.000

12

Mynd 9. Hósdagin 9 juni Kl. 20 var stutt framløga hildin í skúlanum um orsøkina til at lundaholurnar blivu taldar.

Drunnhvítin í Nólsoy

Arbeitt varð við at kanna tær mannagongdir, ið verða nýttar til at telja drunnhvíta. Samskifti hevur verið við

við serfrøðingar í Bretlandi. Frá Roddy Mavor hjá JNCC (Joint Nature Conservation Committe) hava vit fingið

góða vegleiðing. Sambært hesum mannagongdum verða royndarøkir valt í drunnhvítabølum. Í hesum

økjum spælir ein ljóð av, ið drunnhvítarnir so svara uppá. Mett verður, at tað er neyðugt at gera minst 7

túrar til útvaldu royndarøkini, fyri at fáa nøktandi úrslit til at meta um talið av drunnhvíta í økinum. Síðan

ber til at ganga eftir ávísum leiðum runt um oynna og spæla ljóð av. Útfrá hvat ein hevur funnið á

royndarøkinum kann ein rokna út, hvussu nógvur drunnhvíti veruliga er til staðar á øðrum økjum á oynni

bert við at spæla ljóð av einaferð.

Niðurstøða Avgjørt varð at leggja áherðslu á Mykines, Skúvoy og Nólsoy. Hendan raðfestingin er ein ásannan av tí

týdningi, hesi øki hava fyri fuglameingi í Føroyum t.d. drunnhvítastovnurin í Nólsoy, lundastovnurin í

Mykinesi og stovnarnir av lomviga, skrápi og skúgvi í Skúvoy.

Av innsavnaða skrivliga tilfarinum eigur Nólsoyggin størsta partin, men nógv vitan um Mykines er eisini

innsavnað. Bergur Olsen hevur tilfarið um Skúvoynna, og varð hetta nýtt tá RIS skjølini vórðu útfylt. Dentur

varð lagdur á at savna tókt tilfar og kanna eftir, hvat skrivaða tilfarið umfataði. Av innsavnaða tilfarinum

vóru nógvar eldri fráboðanir um fugl við viðmerkingum um nær fuglurin varð sæddur, hvar hann varð

sæddur og hvussu veðrið var. Eisini inniheldur skrivaða tilfari frágreiðingar um nýtsluna av tilfeinginum.

Gomul siðvenja, ið er ment gjøgnum øldir við tøttum sambandi við náttúruna, har fólki hevur lært seg at

nýta tilfeingið, er gott grundarlag undir skilagóðari nýtslu av tilfeinginum, hetta er nakað Ramsar sáttmálin

leggur stóran dent á. Ein munandi partur av greinunum snúgva seg um ringmerking og fráboðanir av

sjáldsomum og nýggjum sløgum. Tá ein ynskir at granska fuglastovnar, t.d. kanna lívfrøðina, útbreiðsluna og

stovnsstøddina eru ringmerkingar sera týdningarmiklar. Hettar tí onnur øki enn Føroyar hava týdning fyri

lívringrásina hjá t.d. drunnhvíta, ið er funnin aftur í Suðurafrika. Viðvíkjandi verju, er tað av serliga stórum

týdningi at kenna ferðingina hjá ferðafugli og vita hvar hesir eru um veturin, tí um ein ynskir at verja ein

stovn, er skilagott at gera tað í samstarvi við lond, har viðkomandi fuglar eisini halda til. Fráboðanir av

sjáldsomum gestum er eisini týdningarmikið fyri at skilja ferðing hjá fugli og øðrum djórum.

Page 13: Frágreiðing um Ramsar virksemi í 2011 · 2015-11-03 · fuglar, skulu verjast. Eitt øki verður mett at hava altjóða týdning, um tað í tíðarskeið eru fleiri enn 20.000

13

Teljingin av lundaholum kundi bert fara fram, har tað ikki var ov bratt. Úrslitið frá teljingini vísti eisini, at

mest av lundaholum var har sum lendi hellir. Okkara meting av meðal lundaholum pr. m2 fevndi um økir við

bæði fáum og nógvum holum. Lundalondini runt Mykines eru har tað hellir meira enn í Dalinum og í pørtum

av Lamba, tí er hugsandi, at tættleikin kann vera hægri enn 0,555 m2 í fleiri av lundalondunum í Mykinesi.

Okkara úrslit vísa eisini stóran mun á talinum av lundaholum frá teimum hægru til teir lægru tættleikarnar.

Við hjálp frá staðkendum eigur at vera roynt, at telja har lendið hellir meir enn í teim økjum, sum tald vórðu

í 2011. Hetta fyri at fáa meir álítandi meðaltal. Kanningin, av hvussu nógvar lundaholur verða nýttar, vísti, at

lundi bert hevur verið í 1/3 av holunum. Hettar talið er sera lágt samanborið við vanlig ár í Skúvoynni. Ongar

pisur vórðu funnar í Mykinesi, bert køld egg, og tað samsvarar við úrslit aðrastaðni í landinum.

Samanumtikið Tær mannagongdir ið vit nýttu til lundateljingarnar vísa seg at vera góðar, og verða brúktar framyvir. Tað

innsavnaða skrivliga tilfarið er eisini virðismikið og gott grundarlag at nýta framyvir.

Týdningarmiki er, at røttu karmarnir eru til staðar, um tað skal eydnast at fáa lýst hesi trý Ramsar økini í

Føroyum. Til hetta krevst ikki bert vitan, men eisini nøktandi lógarkarmar, sum Tobias Salathe frá Ramsar

skrivstovuni legði dent á. Tað er neyðugt, at tað nationalt verður framd ein lóggáva ella kunngerð, sum

festir Ramsar-sáttmálan í føroyska lóggávu og verjir útnevnd Ramsar-øki. Harafturat má ein

eftiransingarætlan verður gjørd, sum hevur eftirlit við útnevndu Ramsar-økjunum.

Vit vilja takka Atlantic Airways fyri góðar sømdir í samband við tyrluflúgving, umframt fíggjarligan stuðul.

Eisini vilja vit takka Mykinesfólki fyri vælvilja í samband við okkara feltarbeiði á staðnum.