17
Námsætlan hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðvegin

hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðveginc3316050.r50.cf0.rackcdn.com/myfiles/1306148163_endalign... · 2011-05-23 · hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu,

  • Upload
    others

  • View
    0

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðveginc3316050.r50.cf0.rackcdn.com/myfiles/1306148163_endalign... · 2011-05-23 · hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu,

Námsætlan hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðvegin

Page 2: hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðveginc3316050.r50.cf0.rackcdn.com/myfiles/1306148163_endalign... · 2011-05-23 · hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu,

Inngangur Í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 38. frá 9. mai 2006, er ein kunngerð frá 4. mai 2006 um virksemi o.a. á dagstovnum og í dagrøktum. Í kapitul 3, grein 3 stendur: “Dagstovnurin eigur at seta orð á, hvørji námsfrøðilig mál eiga at vera nádd fyri hvønn aldursbólk av børnum, og hvussu hetta skal setast í verk.” Fyri tíð síðan komu vit ásamt um, hvørji felags virði vit sum stovnur skuldu hava síðan samanleggingina av vøggustovuni og barnagarðinum í 2004. Tórshavnar kommuna hevur síðani álagt øllum stovnum í kommununi at gera eina námsætlan og hevur eisini gjørt nøkur uppskot og ein frymil, sum stovnarnir kunnu nýta. Teirra mál er, at innan 1.mars 2009 skulu allir stovnar í kommununi hava hvør sína námsætlan. Vit vóru byrjað at arbeiða við eini námsætlan, men tá kommunan kom við hesi áheitan á stovnarnar, kom rættulig ferð á hjá okkum. Vit hava arbeitt miðvíst tað síðsta hálva árið, og er hetta okkara fyrsta útkast. Ætlanin er, at vit endurskoða námsætlanina á hvørjum ári. Eftir frymilinum frá Tórshavnar kommunu, sum vit nýta, er menningin hjá børnunum býtt í hesi sjey evni:

Persónligir førleikar – barnið sum serstakt menniskja

Sosialir førleikar – barnið sum partur av felagskapinum

Skapandi evni – skapandi og úttrykksfulla barnið

Heilsa og rørsla – aktiva og sunna barnið

Mál og samskifti – samskiftandi barnið

Náttúra og umhvørvi – barnið sum partur av náttúruni

Siðir og mentan – barnið sum partur av einari mentan Vit hava býtt børnini í 3 aldursbólkar, 0-3 ár, 3-6 ár og 6-7 ár. Evnini eru øll tey somu, men vit taka hædd fyri aldrinum hjá børnunum. Hetta hevur verið ein sera lærurík og mennandi tilgongd fyri stovnin og starvsfólkini. Av tí at vit eru so nógv starvsfólk, hava vit arbeitt í bólkum. Í vøggustovuni vóru tveir bólkar, og í barnagarðinum vóru tríggir bólkar. Allir bólkarnir hava latið inn skrivligt tilfar, sum so er sett saman til okkara námsætlan.

Page 3: hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðveginc3316050.r50.cf0.rackcdn.com/myfiles/1306148163_endalign... · 2011-05-23 · hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu,

Stovnurin Stovnurin er býttur í vøggustovu og barnagarð. Í vøggustovuni eru fýra stovur: Reyða stova, Bláa stova, Grøna stova og Gula stova. Í barnagarðinum eru eisini fýra stovur: Innistova, Miðstova, Uttarastova og Uppistova. Í Uppistovu eru tey elstu børnini, og tey halda til í tí nýggja bygninginum.

Persónligir førleikar Vit vilja, at børnini læra:

At menna teirra sjálvsvirði

At menna teirra sjálvsálit

At menna teirra sjálvbjargni At barnið verður virt, góðtikið og viðurkent, er grundarlagið undir allari framhaldandi menning av persónsmenskuni. Barnið kennir seg væl eydnað og kann tí vera við í øllum viðurskiftum á jøvnum føti við onnur. Tá sjálvsvirðið er væl ment, lærir barnið eisini at seta mørk, bæði fyri seg sjálvan – at kunna siga til og frá – og samstundis luttaka í størri felagskapi.

0-3 ár : Tryggleiki – Vit ynskja at geva barninum eina góða og trygga byrjan í vøggustovuni. Spæl Vit vaksnu hyggja eftir tørvinum hjá tí einstaka barninum og skapa tryggar karmar fyri tí. Vit leggja m.a. dent á, at móttøkan um morgunin er góð. Vit vísa teimum, at vit eru glað at síggja tey. Nærvera – Vit vaksnu leggja dent á at vera nærverandi. Vit eru um børnini, sita hjá teimum, tosa og spæla við tey. Rós – Starvsfólkini eggja børnunum við rósi, so sjálvsálitið verður styrkt. Tá børnini t.d. hava gjørt eina mynd, heingja vit hana upp inni á stovuni. – Vit vaksnu seta spøl og aktivitetir í gongd soleiðis, at børnini alla tíðina fáa avbjóðingar og mennast, men samstundis laga vit tað eftir støðinum hjá einstaka barninum, soleiðis at tey megna tað og kenna seg væleydnað.

Page 4: hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðveginc3316050.r50.cf0.rackcdn.com/myfiles/1306148163_endalign... · 2011-05-23 · hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu,

Sjálvbjargni – Vit leggja dent á, at børnini sleppa at gera so nógv sjálvi sum møguligt. Tey eta sjálvi, og tá tey eru liðug, fáa tey ein lappa at turka sær við. Eisini eggja vit teimum til at royna at lata seg í og úr klæðunum sjálvi. Vit leggja dent á, at børnini hava frið og stundir til at fara á wc, tá tey eru nóg búgvin til tað. Børnini Virðing kunnu eisini vera við í onkrum av teimum praktisku uppgávunum í gerandisdegnum, t.d. at fara eftir frukt um morgunin.

3-6 ár : Virðing – Vit leggja stóran dent á at síggja, hoyra og góðtaka barnið, sum tað er. Børnini læra eisini, at tey skulu virða hvønn annan, tosa “pent” við hvønn annan, og at tey kunnu hjálpa hvørjum øðrum. Runding – Tá vit øll á stovuni eina ferð um dagin samlast til runding, leggja vit dent á, at øll børnini verða nevnd, sædd og hoyrd. Børnini læra, at tey mugu lurta, meðan onnur hava orðið, og soleiðis læra at vísa virðing fyri øðrum. Vit eggja eisini børnunum at tora at traðka fram. Rós – Vit rósa barninum, tá tað t.d. hevur gjørt okkurt kreativt. Vit leggja dent á, at barnið merkir, at tað verður góðtikið, sum tað er, men samstundis royna vit at eggja og stuðla børnunum til at royna ymiskt, sum tey kanska ikki hava roynt áður. Sjálvbjargni – Vit eggja og hjálpa/stuðla børnunum í at lata seg í og úr klæðunum. Vit vísa barninum álit við, at ting, sum t.d. pappír, litblýantar, saksar og lím kunnu standa frammi til børnini at brúka. Børnini eru við í tí praktiska, t.d. at seta á borðið og at koyra í uppvaskimaskinuna.

6-7 ár : Virðing – Børnini verða góðtikin, sum tey eru, og vit virða teirra mørk. Vit royna fyrst og fremst at síggja styrkina hjá børnunum og vísa teimum, at øll duga okkurt væl. Sjálvbjargni – Tá børnini fara í skúla, er tað nógv, sum tey skulu klára at halda skil á sjálvi, so tað royna vit at læra tey. Tey hava sjálv ábyrgd av síni garderobu og av síni egnu skuffu. Vit læra børnini at hyggja eftir, hvussu veðrið er, tá tey skulu út, so tey vita, hvat tey skulu í. Vit ganga nógv úti í ferðsluni, so tey læra, hvørjum tey skulu ansa eftir. Runding – Børnini sleppa til orðanna, kunna spyrja og greiða frá onkrum. Tey læra eisini at lurta eftir hinum. Øll, bæði børn og vaksin, hava ábyrgd av rundinginum. Skúlabúgvin – Vit halda, at tað hevur týdning, at børnini vita, at tey hava nakrar førleikar og duga okkurt væl, tá tey fara í skúla. Tá hava tey meira orku til at læra nýtt.

Page 5: hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðveginc3316050.r50.cf0.rackcdn.com/myfiles/1306148163_endalign... · 2011-05-23 · hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu,

Sosialir førleikar Vit vilja, at børnini læra:

At hava empati/innlivingarevni

At loysa tvístøður

At spæla

At skapa vinabond

At skilja sosialar spælireglur/normar

Um felagskap og javnvirði

0-3 ár : Innlivingarevni - Vit vilja, at børnini læra at seta seg inn í støðuna hjá øðrum. Vit vaksnu eru tilvitað um, at vit eru fyrimyndir í okkara atferð yvir fyri hvørjum øðrum og børnunum. Vit hjálpa børnunum at seta orð á sínar kenslur, og vit vísa á, tá onnur børn eru kedd, fáa ilt ella eru glað. Vit eggja eisini børnunum at hjálpa hvørjum øðrum. Loysa tvístøður – Vit vaksnu stuðla børnunum í at siga frá og seta orð á, hvat tey vilja og ikki vilja, tá tey t.d. klandrast um eitt ting. Vit leggja dent á, at tey læra at kenna egin mørk og mørk hjá øðrum.

Spæl – Vit eiga at skapa góðar karmar fyri spæli, tí gjøgnum spæl við onnur menna børn sosialar førleikar, t.e. hvussu vit bera okkum at saman við øðrum. Vit vaksnu kunnu seta spæl í gongd og seta orð á tað, vit gera í spælinum, so børnini fáa hug og íblástur at halda fram. Vit hjálpa serliga teimum børnum upp í spæl, sum hava torført við at koma inn í ein bólk. Sosialar spælireglur – Vit leggja dent á, at børnini læra at lurta eftir hvørjum øðrum og at bíða, t.d. tá tey hava brúk fyri hjálp at lata seg í og

úr, ella tá tey skiftast um at velja sangir, tá vit hava sangløtu. Vit halda eisini, at tað hevur týdning, at børnini fáa eina kenslu av at hoyra til á stovuni/stovninum. Børnini skulu eisini uppliva, at rúm er fyri øllum uttan mun til t.d. útsjónd og førleika. Her eiga vit vaksnu at vera fyrimyndir, at vit eru líka við øll.

3-6 ár : Innlivingarevni – Vit vaksnu hjálpa børnunum at seta orð á kenslur, so tey betur kunnu seta seg inn í, hvussu onnur hugsa og hava tað.

Page 6: hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðveginc3316050.r50.cf0.rackcdn.com/myfiles/1306148163_endalign... · 2011-05-23 · hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu,

Loysa tvístøður – Vit meta, at tað er umráðandi, at børnini læra at loysa tvístøður, at báðir partar fáa sett orð á, soleiðis at ongin stendur eftir sum tapari, men at øll kunnu læra nakað av støðuni. Børnini skulu læra at seta mørk fyri seg sjálvi og at virða mørk hjá øðrum. Sosialar spælireglur – Vit tosa við børnini um, hvussu vit kunnu vera saman, t.d. tá vit sita við borðið og eta, soleiðis at tað kann verða ein hugnalig løta fyri øll. Vit halda eisini, at tað hevur týdning, at børnini læra at lurta eftir hvørjum øðrum, tí øll kunnu ikki tosa í senn ella fáa hjálp frá einum vaksnum í

senn. Vinabond – Vit tosa við børnini um, hvat ein góður vinur er, og hvussu vit kunnu vera vinir. Eisini, at vinir kunnu vera ósamdir og tó vera vinir. Vit kunnu eisini gera tey var við, at børn kunnu hjálpa hvørjum øðrum.

6-7 ár : Innlivingarevni – Vit tosa nógv við børnini um at seta seg inn í støðuna og ætlanirnar hjá øðrum, og at tey sjálvi kunnu greiða frá sínum ætlanum. Børnini mugu sjálvi duga at vísa kenslur og duga at síggja kenslurnar hjá hinum børnunum. Tað hevur týdning, at børnini kunna rúma onkuntíð at verða avvíst og góðtaka, at tað onkuntíð fær mótstøðu ella ikki sleppur upp í eitt spæl. At loysa tvístøður – Børnini skulu læra at koma burtur úr tvístøðum, so at báðir partar góðtaka tað. Tað er týdningarmikið, at børnini duga at vera saman sjálvi og at loysa tvístøður sjálvi, áðrenn tey eru liðug at gevast í barnagarðinum, tí tá tey fara í skúla, eru færri vaksin um tey. Seta mørk – Børnini skulu kenna síni egnu mørk og duga at seta mørk. Vit tosa við børnini um at virða mørkini hjá hinum børnunum. Spæl – Vit halda, at tað er av stórum týdningi, at børnini læra, at øll kunnu geva okkurt í spælinum, og at spælið á tann hátt kann gerast meira fjølbroytt. Vit læra børnini at síggja styrkirnar hjá hvørjum øðrum, soleiðis at tey kunnu brúka tað í felagskapinum. Starvsfólkini kunnu vera við í spælinum og vegleiða børnini í samspælinum við onnur. Vinabond – Øll børnini í Uppistovu eru ”nýggj” hvørt ár, so vit brúka nógva tíð til at koma at kenna hvønn annan, soleiðis at nýggj vinabond millum børnini kunnu knýtast, og tey kunnu kenna seg sum part í hesum nýggja felagskapinum.

Page 7: hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðveginc3316050.r50.cf0.rackcdn.com/myfiles/1306148163_endalign... · 2011-05-23 · hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu,

Skapandi evni Vit vilja, at børnini læra:

At styrkja síni skapandi evni

At úttrykkja seg fjølbroytt

At fáa áhugað fyri skapandi virksemi Stovnurin er væl útgjørdur við amboðum, sum kann geva íblástur til kreativitet. Vit hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu, har tilfar er til taks hjá øllum stovunum.

0-3 ár Styrkja síni skapandi evni – Umhvørvið, bæði inni og úti, er stimbrandi og hugflogsvekjandi fyri børnini. Vit leggja okkum eftir, at leikurnar og annað tilfar, sum vit hava, er stimbrandi á ymsan hátt. Vit innrætta stovuna soleiðis, at tað er rúm fyri fleiri spølum í senn, so børnini kunnu hava frið at spæla og finna uppá. Tá børnini t.d. hava teknað ella málað okkurt, viðurkenna vit tað við t.d. at heingja tað upp. Úttrykkja seg fjølbroytt – Vit geva børnunum ymiskar avbjóðingar, t.d.at tekna, mála, líma, klippa, perla og byggja við klossum. Vit hugsa eisini um, hvat er hóskandi til aldurin hjá barninum, so tað kann fáa sum mest burturúr. Vit eggja børnunum til at

vera skapandi í sínum spæli og hjálpa teimum at seta orð á, tá tey t.d. hava gjørt ein buss við stólum.

3-6 ár

Styrkja síni skapandi evni – Vit hava tilfar so

sum tekniamboð, saksar og pappír standandi frammi, so at børnini kunnu fáa fatur á tí, tá tey hava brúk fyri tí. Vit leggja dent á, at tilfarið, sum vit brúka, er gott, tí tað kann geva børnunum betri hug til at skapa. Vit viðurkenna listaverkini hjá børnunum við at vísa tey fram. Leikurnar, sum

Page 8: hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðveginc3316050.r50.cf0.rackcdn.com/myfiles/1306148163_endalign... · 2011-05-23 · hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu,

vit hava, leggja upp til, at børnini sjálvi finna upp á ymisk spøl. Teir fysisku karmarnir bæði inni og úti eru eisini avbjóðandi fyri børnini. Úttrykkja seg fjølbroytt – Vit vísa børnunum á fleiri møguleikar at úttrykkja seg, bæði grov-, fínmotoriskt og í spæli. Vit tosa nógv við børnini um, hvat tey hava áhuga fyri, soleiðis at tey kunnu gera tað, sum hevur týdning fyri tey. Onkuntíð geva vit teimum bundnar uppgávur, t.d. tá vit hava verið ein túr, skulu tey tekna tjøldur, sum vit sóu. Vit geva børnunum møguleikar fyri at spæla og sjálvi at skapa spøl.

6-7 ár Styrkja síni skapandi evni – Vit hava tvey stór rúm í Uppistovu, sum vit brúka ymiskt. Í øðrum rúminum eru leikur og spøl, pappír og litir og nógvar ymiskar bøkur. Hitt rúmið brúka vit t.d. til kropsligar aktivitetir so sum sjónleik, dans, holur o.a. Vit leggja stóran dent á at nýta gott tilfar, tí hetta gevur betri hug hjá børnunum, og úrslitini vera eisini vakrari. Útgangsstøðið er áhugin hjá børnunum. Starvsfólkini eygleiða, tosa og spæla við børnini. Tá finna vit út av, hvat rørir seg hjá børnunum. Síðani stuðla vit børnunum á bestan hátt, t.d. kann tað vera at leita eftir upplýsing í bók ella teldu, fara út at leita eftir tilfari ella vitja støð, har vit fáa meira vitan. Úttrykkja seg fjølbroytt - Børnini fáa møguleikar at gera royndir og úttrykkja seg fjølbroytt, at brúka síni evni og læra nýggjar mátar at gera ymiskt. Aktivitetirnir á stovuni eru ymiskir, bæði fastlagdir og spontanir aktivitetir. Dømi um ein fastlagdan aktivitet er, at tey vaksnu avgera, at øll børnini skulu mála eina sjálvsmynd. Tey skulu hyggja í spegil og so mála við akryllitum. Spontanir aktivitetir eru teir, sum koma frá børnunum sjálvum, tað, sum tey eru upptikin av. Tey tosa um, hvat tey kundu hugsað sær at gjørt, og fáa síðani hjálp frá teimum vaksnu.

Page 9: hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðveginc3316050.r50.cf0.rackcdn.com/myfiles/1306148163_endalign... · 2011-05-23 · hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu,

Heilsa og rørsla Vit vilja, at børnini læra:

At kenna kroppin

Um góðan kost

Um reinføri Stovnurin hevur ein stóran og fjølbroyttan garð. Har eru sera góðir møguleikar hjá bæði vøggustovubørnum og teimum stóru barnagarðsbørnunum at mennast kropsliga og fáa aldurssvarandi avbjóðingar. Á stovninum arbeiða tvær køkskonur, sum gera døgurða til vøggustovubørnini mána-, týs- og mikudag. Tær gera eisini millummála til allan stovnin hvønn dag. Børnini fáa frukt hvønn fyrrapart. Vit leggja dent á at geva børnunum fjølbroyttan og heilsugóðan kost. Vit tosa við børnini um týdningin av sunnum mati. Vit leggja dent á, at umhvørvið er sunt hjá bæði børnum og vaksnum at vera í, og at reinførið er gott. Har fleiri fólk savnast, er smittuvandin stórur, og hetta eru vit tilvitað um. Bæði børn og vaksin vaska hendur áðrenn máltíðir, og tá vit hava verið á wc. Tá vit eru úti, lufta vit út á stovunum.

0-3 ár At kenna kroppin – Vit hjálpa børnunum at menna teirra kropsfatan. Vit tosa nógv um kroppin og nevna kropslutir við navni. Vit eru úti hvønn dag, so børnini veruliga fáa rørt seg og fáa fríska luft. Sansistimbran – Vit geva børnunum møguleikar at stimbra teir ymisku sansirnar bæði inni og úti, tí vit eru tilvitað um, hvønn týdning hetta hevur fyri menningina hjá børnunum. Her hugsa vit t.d. um at stimbra javnvágsansin við at reiggja.

Page 10: hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðveginc3316050.r50.cf0.rackcdn.com/myfiles/1306148163_endalign... · 2011-05-23 · hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu,

3-6 ár At kenna kroppin – Vit práta tilvitað við børnini um kroppin og teir ymisku sansirnar. Børnini eru nógv úti og spæla, og garðurin leggur upp til at royna kroppin av á ymiskan hátt. Í gerandisdegnum eru altíð tilboð til børnini, har tey sleppa at royna og stimbra sínar fínu og grovu rørslur. Eina ferð um vikuna fara nøkur børn heim í høllina hjá Háskúlanum at spæla og gera fimleik.

6-7 ár At kenna kroppin – Fyri at børnini kunnu menna teirra grovu rørslur, spæla vit nógv úti í garðinum. Vit fara eisini túrar við børnunum, har tey m.a. ganga og spæla á ymiskum lendi. Eina ferð um vikuna eru vit í fimleikarhøllini á Háskúlanum. Við at røra seg nógv fáa børnini eina betri kenslu av kroppinum. Tá tey eru væl fyri kropsliga, fáa tey eisini meira yvirskot at læra og mennast á øllum øðrum økjum. Fyri at gerast meir sjálvbjargin er eisini neyðugt at kenna og duga at brúka kroppin, so tey t.d. hava lættari við at lata seg í og binda lissur.

Page 11: hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðveginc3316050.r50.cf0.rackcdn.com/myfiles/1306148163_endalign... · 2011-05-23 · hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu,

Mál og samskifti Vit vilja, at børnini læra:

At skilja og tosa føroyskt mál

At seta orð á kenslur, hugsanir og ætlanir

At avlesa og brúka kropsmál og andlitsbrøgd

At brúka røttu orðini til røttu umstøðurnar

At samskifta við virðing fyri hvørjum øðrum

At traðka fram og aftur, bíða eftir túri, serliga við tí fyri eygað, at barnið hevur hesar førleikar, tá tað fer í skúla. Stovnurin hevur avgjørt, at vit fara at arbeiða meira miðvíst við málmenningini hjá børnunum við at brúka TRAS, sum er eitt eygleiðingartilfar, sum nýliga er umsett til føroyskt. Vit vóru við í eini royndarverkætlan, tá tilfarið bleiv umsett. Nú bíða vit eftir, at tilfarið verður givið út, og at starvsfólkini kunnu fáa undirvísing í at brúka tað. Vit hava eina væl útgjørda bókastovu, og vit eru limir í bókaklubbanum. Tá vit fáa nýggjar bøkur sendandi, fáa allar stovur eitt eintak.

0-3 ár Lurta – Tey vaksnu geva sær tíð at lurta eftir barninum og royna at skilja, hvat barnið hevur at siga. Hetta gevur barninum hug og mót at tosa. Seta orð á – Tey vaksnu seta orð á tað, vit síggja og gera í gerandisdegnum, og endurtaka rætt tað, sum barnið sigur. Vit leggja okkum eftir at tosa gott føroyskt mál við børnini. Syngja – Vit syngja hvønn dag saman við børnunum og gera tekn til fleiri av sangunum. Søgur – Vit lesa nógvar søgur og hyggja í myndabøkur, og seta orð á tað, sum vit síggja á myndunum. Túrar – Vit fara túrar í nærumhvørvinum, har vit práta um tað, sum vit síggja og uppliva, t.d. djór og gravkýr. Hetta tosa vit eisini um, tá vit eru heima aftur, ofta

Page 12: hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðveginc3316050.r50.cf0.rackcdn.com/myfiles/1306148163_endalign... · 2011-05-23 · hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu,

stuðlað av myndum, vit hava tikið á túrinum.

3-6 ár Seta orð á og samtala – Vit seta orð á tað, sum vit síggja og gera saman við børnunum. Vit endurtaka rætt tað, sum barnið sigur. Vit hjálpa eisini børnunum at seta orð á kenslur, tankar og hugskot. Vit geva okkum góða tíð at tosa við børnini. Vit spyrja t.d., hvat tað hevur gjørt í vikuskiftinum, og royna at fáa barnið sjálvt at greiða frá. Syngja – Vit syngja nógv og læra børnini ymsar nýggjar sangir. Vit læra tey eisini sangspøl, skjaldur, rím og ramsur. Lurta – Tey vaksnu geva sær tíð at lurta eftir børnunum, lata tey sleppa framat. Vit læra eisini børnini, at tey mugu bíða, meðan eitt annað barn hevur orðið. Søgur – Vit lesa søgur fyri og saman við børnunum.

6-7 ár Søgur – Vit lesa nógvar søgur, eisini framhaldssøgur og gera søgur saman við børnunum Tosa – Vit tosa nógv við børnini og royna at læra tey nýggj hugtøk. Hetta hevur týdning fyri orðanøgdina hjá børnunum. Vit læra børnini at tosa virðiligt við hvønn annan. Runding – Vit hava runding, har vit øll samlast. Tá mugu børnini læra at lurta eftir,

hvat hini hava at siga, og at bíða til, tað er teirra túrur. Har læra tey eisini at traðka fram. Spæl – Vit leggja dent á, at børnini læra at spæla væl saman, spyrja, um tey kunnu sleppa uppí, og at virða hvønn annan. Bólkar/projekt – Tá vit leggja ætlanir, lata vit børnini vera við í teimum. Børnini koma við teirra hugskotum, so vit at enda koma til eina felags ætlan. Tey vaksnu skipa fyri, men børnini koma við innihaldinum.

Page 13: hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðveginc3316050.r50.cf0.rackcdn.com/myfiles/1306148163_endalign... · 2011-05-23 · hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu,

Náttúra og umhvørvi Vit vilja, at børnini læra:

Um árstíðirnar

At vera tilvitað um náttúruna

At virða náttúruna

Um náttúrufyribrigdi

0-3 ár Árstíðirnar – Vit tosa við børnini um, hvussu veðrið er, og um tað er ljóst ella myrkt. Vit tosa við børnini um, hvat vit mugu lata okkum í, tá tað er kavi, og hvat vit kunnu fara í, tá veðrið er gott. Tá vit eru úti ella ganga túrar við børnunum, gera vit tey var við tað, sum hoyrir teimum ymisku árstíðunum til, t.d. smálomb um várið. Á stovninum arbeiða vit eisini við verkætlanum, sum hava samband við árstíðirnar, og tær enda vanliga við eini framsýning. At vera tilvitað um náttúruna – Vit eru úti í øllum veðri, og vit tosa við børnini um upplivingarnar, sum vit hava. Tá vit ganga túrar, tosa vit eisini um tað, sum vit síggja, bæði hyljar, blómur, bátar, djór o.a. Vit fara ofta túrar til eina trøð nærhendis, har seyður og onnur djór ganga, og hava breyð við, sum børnini kunnu geva teimum. At virða náttúruna – Vit tosa við børnini um, at vit ikki mugu blaka rusk frá okkum, tá vit eru úti, men at vit mugu koyra tað í eina ruskspann.

3-6 ár Árstíðirnar – Vit tosa um veðrið, og hvat vit skulu lata okkum í, tá vit fara út at spæla. Spælimøguleikarnir úti í garðinum eru ymiskir alt eftir, hvussu veðrið er. Vit hava verkætlanir um várið og heystið, har vit fara í dýpdina við onkrum evni, sum hóskar til árstíðina. Hesar verkætlanir enda ofta við eini framsýning.

At vera tilvitað um náttúruna – Vit eru nógv úti og fara eisini túrar, har vit tosa um tað, sum vit síggja. Vit tosa við børnini um, hvussu náttúran hjá okkum sær út, t.d. at vit hava fjøll, oyggjar, sjógv o.s.fr. At virða náttúruna – Vit tosa við børnini um endurnýtslu, at vit m.a. koyra pappír í eina ruskspann og hitt ruskið í eina aðra. Vit greiða eisini børnunum frá, hvaðani pappírið kemur. Tá vit eru túrar, læra vit børnini, at vit mugu rudda upp eftir okkum fyri at verja náttúruna.

Page 14: hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðveginc3316050.r50.cf0.rackcdn.com/myfiles/1306148163_endalign... · 2011-05-23 · hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu,

6-7 ár Árstíðirnar – Vit tosa við børnini um tær ymsu árstíðirnar, og um hvussu árið gongur. Vit gera túrar t.d. í viðarlundina, har børnini kunnu samla ymiskt livandi kykt, sum vit tosa um. At vera tilvitað um og hava virðing fyri náttúruni – Vit tosa við børnini um, hvørjar møguleikar vit hava úti í náttúruni, og hvussu vit kunnu brúka hana. Vit tosa við børnini um at fara væl við náttúruni, og at vit ikki mugu blaka rusk frá okkum. Náttúrufyribrigdi – Um børnini hava okkurt serligt áhugamál, fara vit í dýpdina við tí og samla okkum vitan um hetta. Vit hava nógvar bøkur og myndir, sum vit eisini brúka til at vísa børnunum um ymisk náttúrufyribrigdi.

Page 15: hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðveginc3316050.r50.cf0.rackcdn.com/myfiles/1306148163_endalign... · 2011-05-23 · hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu,

Siðir og mentan Vit vilja, at børnini læra:

Um føroyska mentan

Um høgtíðir

Um mentanina hjá stovninum

0-3 ár Føroysk mentan – Vit leggja dent á, at børnini læra gott føroyskt mál. Vit lesa nógvar søgur fyri teimum og syngja saman við teimum. Vit tosa nógv við børnini um tað, sum hendir gjøgnum árið, og tað, vit síggja í okkara nærumhvørvi. Um várið

ganga vit túrar at hyggja eftir m.ø. smálombum, dunnuungum, og um heystið tosa vit við børnini um fjall og fletting, og vit hava eisini flett á stovninum. stákast vit, pynta stovuna, hava eina hugnaløtu hvønn morgun, har vit syngja jólasangir Høgtíðir - Vit tosa við børnini um høgtíðir og aðrar serligar dagar. Serliga til jóla saman við børnunum, bæði kristiligar jólasangir og jólasangir um nissur o.a.. Vit gera gávur saman við børnunum, sum tey geva foreldrunum. Á fastalávint er tunnusláing á hvørjari stovu, og tann dagin kunnu børnini koma grýluklødd.

3-6 ár Føroysk mentan - Vit halda, at tað hevur stóran

týdning fyri børnini, at tey vita eitt sindur um okkara land og samfelag, og tí leggja vit okkum eftir at tosa við børnini um tað, sum fyriferst innan mentan og siðir í Føroyum. Fyri at børnini, sum føroyingar, kunnu føla seg serstøk, hevur tað týdning, at tey eisini fáa eitt sindur at vita um, hvussu tey gera í øðrum londum. Høgtíðir – Vit greiða børnunum frá teimum ymsu høgtíðunum, t.d. jól, páskir og føstulávint. Vit pynta stovuna, serliga til jóla, og syngja jólasangir. Børnini gera gávur til foreldrini, og vit hava eina hugnaløtu hvønn morgun.

Page 16: hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðveginc3316050.r50.cf0.rackcdn.com/myfiles/1306148163_endalign... · 2011-05-23 · hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu,

6-7 ár Føroysk mentan – Vit geva børnunum eitt innlit í, hvat tað vil siga at búgva í Føroyum, og hvat er sermerkt fyri okkum. Hetta hevur týdning fyri teirra samleika sum føroyingar. Høgtíðir - Vit greiða børnunum frá um árið, sum gongur, t.d. hví vit halda føstulávint, flaggdag og høgtíðir. Vit læra børnini at skilja siðir og upprunan til hesar. Vit tosa eisini um, hvussu vit gera í Føroyum í mun til í øðrum londum. Til jóla gera og framføra børnini ein jólaleik fyri sínum foreldrum og børnunum á stovninum.

Mentanin hjá stovninum Allur stovnurin hevur eina mentan og nakrar siðir, sum eru felags, og tað er upp til starvsfólkini at gera tað soleiðis, at øll børnini fáa sum mest burturúr. Serligir dagar – Í summarhálvuni hava vit vanliga indianaradag, rennidag, ítróttardag, garðdag og ruddingardag, sum er samstundis sum umhvørvisvikan hjá kommununi. Hesir dagar eru øðrvísi enn aðrir dagar. Starvsfólkini leggja dagarnar til rættis og skipa aktivitetirnar, soleiðis at øll børnini skulu kunna fáa okkurt burturúr. Føðingardagar – Tá børnini hava føðingardag, hanga vit fløgg við úthurðina og hava

eitt størri flagg inni á stovuni. Vit halda ein lítlan føðingardag fyri barninum, har vit sita til borðs og syngja fyri barninum. Ofta hevur føðingardagsbarnið okkurt við heimanífrá at bjóða stovuni. Útilív - Vit hava eitt ríkt útilív. Vit eru úti og spæla í øllum veðri. Vit meta, at tað er gott fyri børnini at vera úti og spæla. Tey fáa avbjóðingar innan nógv økir og kunnu eisini sjálv vera skapandi upp á nógvar ymiskar mátar. Allur garðurin er felags fyri

vøggustovuna og barnagarðin, men hann er stórur, so har er nóg mikið av plássi til øll. Sangløtur – Í vetrarhálvuni hevur stovnurin sangløtu regluliga, tó vøggustovan og barnagarðurin hvør sær. Tá samlast øll, bæði børn og vaksin, til at syngja saman. Børnini venja nakrar útvaldar sangir í eina tíð. Børnini sleppa eisini sjálvi at velja sangir, og eisini nýta vit høvi til at læra tey nýggjar sangir her. Opið hús – Barnagarðurin hevur 2. hvønn hósdag opið hús. Tá skipar hvør stova fyri einum ávísum aktiviteti, og børnini kunnu fara inn á tær ymsu stovurnar fyri at royna seg. Stovurnar – Øll børnini hoyra til á eini ávísari stovu, men vit skapa góðar møguleikar

Page 17: hjá Vøggustovuni og barnagarðinum við Velbastaðveginc3316050.r50.cf0.rackcdn.com/myfiles/1306148163_endalign... · 2011-05-23 · hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu,

hjá teimum at fara inn á aðrar stovur at vitja ella at spæla. Matur – Vit hava 2 starvsfólk, sum starvast í køkinum og sum matgera til allan stovnin hvønn dag. Vit leggja dent á, at børnini fáa heilsugóðan og fjølbroyttan kost. Spontanitetur – Vit royna at skapa rúm fyri spontaniteti á stovninum. Sum dømi kunnu vit nevna, at um ein góðveðursdagur kemur, og vit høvdu planlagt okkurt innandura, ja, so seta vit tað til síðis og fara t.d. heldur út at grilla sneisadrýlar. Sjónleik –Eina ferð um árið kemur vanliga onkur útifrá at spæla sjónleik fyri øllum børnunum á stovninum. Framsýning – Alrúmið í nýggja bygninginum hevur verið karmur um nakrar framsýningar. Allur stovnurin hevur arbeitt við nøkrum verkætlanum, sum eru endaðar við framsýning. Bøkur – Vit eru limur í barnabókaklubbanum og fáa javnan bøkur frá teimum sendandi, so vit hava alt tað nýggjasta tilfarið av føroyskum bókum. Allar stovur fáa hvør sína bók, so øll børnini fáa sama møguleika fyri at síggja bøkurnar. Kirkjugarður – Okkara granni er kirkjugarðurin, og tað er eitt sindur serligt fyri okkum. Okkara børn eru sera von at síggja líkfylgi og vita, at tá skulu tey ikki rópa, men kunnu standa og hyggja. Vit brúka eisini kirkjugarðin til at ganga túrar í, burtur frá alfaravegi. Hetta er serliga galdandi fyri vøggustovuna. Nærumhvørvi – Stovnurin liggur beint við Sandá og Sandágerð, og vit hava haga

beint við. Vit hava møguleika fyri at síggja nógvan vøkstur og djór uttan at ganga langt. Bussar steðga beint uttanfyri hjá okkum.