24

Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

  • Upload
    others

  • View
    3

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta
Page 2: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

2

Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta heimadyst í Betri Deildini 2021 Ársins fyrsti heimadystur er altíð fullur av góðari vón og stórum spenningi,

og í slíkum dysti kann alt henda. Summi vilja vera við, at tað er fyrst tá, at

kappingarárið av álvara byrjar.

Í fjør var fyrsti heimadysturin eisini ímóti KÍ. Tá vunnu klaksvíkingar 2-1 í

einum dysti, sum flestu viðhaldsfólk hjá TB allarhelst enn minnast. Tá

megnaðu TB við 10 monnum at javna ímóti endanum, áðrenn KÍ fingu eitt

brotsspark djúpt inni í yvirtíðini og skoraðu til 2-1.

Men um man hyggur eftir seinastu heimadystunum ímóti KÍ, so kann man

ikki siga annað, enn at TB hava staðið seg væl. Í 2019 var bert ein

heimadystur, og tá vunnu TB 1-0, har Teitur Olsen skoraði sigursmálið. Í

fjør taptu TB, sum nevnt, fyrsta heimadystin so tepurt sum yvirhøvur

gjørligt, men í seinna heimadystinum ímóti KÍ eydnaðist tað TB at fáa ein

0-0 javnleik. Merkisvert við hesum úrslitinum var, at hetta var einasti

dystur í øllum kappingarárinum í fjør, har eitt Topp 4 lið misti stig til eitt

Botn 5 lið.

Hóast góðu hagtølini, so skal tó ongin ivi vera um at KÍ aftur í ár verða ein

av truplastu uppgávunum yvirhøvur. Teir eru byrjaðir á sannførandi hátt í

fyrstu umførunum og tað er trupult at síggja nakrar veikleikar hjá sterka og

dýra hópinum úr Klaksvík, sum saman við HB eru stórir favorittar til at

vinna FM. Serliga eru teir vandamiklir, tá ið tað kemur til deyðbóltar og

innlegg, og júst har hava TB ikki verið alt ov sannførandi fyrstu dystirnar,

so væntast kann, at hetta kemur at fylla nógv hjá báðum venjarum til

dagsins dyst.

TB hava, sum vera man, longu verið sera óhepnir viðvíkjandi skaðum og

vónandi kemur tann støðan skjótt at síggja ljósari út. Men hvussu so víkir

og vendir, so fara allir leikarar í svørt/hvítu troyggjuni sum altíð at geva alt

teir eru mentir á vøllinum og til ársins fyrsta heimadyst kann alt jú henda!

Góðan dyst

Page 3: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

3

Page 4: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

4

Støðan eftir 2. Umfar

Dagsins umfar: 3. umfar

19.03 Víkingur HB

20.03 NSÍ EB/Streymur

20.03 TB KÍ

20.03 B36 B68

20.03 ÍF 07 Vestur

Page 5: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

5

Page 6: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

6

TB – KÍ 20. mars 2021 Tvøroyrar Bóltfelag tekur í dag í móti Klaksvíkar Ítróttarfelag. KÍ er fyrsta vitjandi liðið í Betri deildini við Stórá kappingarárið 2021. Bæði liðini eru millum elstu feløg í Føroyum.

Vøggan hjá skipaðum ítrótti í Føroyum stóð á Tvøroyri. Tvøroyrar Bóltfelag er, sum kunnugt, stovnað í 1892 og tískil ikki bara elsta fótbóltsfelag í Føroyum, men elsta ítróttarfelag í Føroyum.

Skipaður ítróttur við hópundirtøku tók seg upp í Onglandi mitt í 1800-talinum og fyrstu fótbóltsfeløgini vórðu sett á stovn um tað mundið. Sheffield FC er heimsins elsta felag, stovnað í 1857. Fótbóltsreglur vórðu gjørdar so við og við. Loyvt var øllum leikarum at taka bóltin við hondunum.

Fótbóltsreglurnar vórðu endurskoðaðar í 1863, og fyrst tá varð t.d. sett forboð hjá útileikarum at taka bóltin við hondunum. Hetta gjørdi, at fótbóltur og rugby skiltust frá hvør øðrum og fingu hvør sínar spælireglur.

Enska fótbóltskappingin varð stovnsett í 1888 og nú spruttu fótbóltsfeløg upp víða hvar í verðini. Og sum nevnt eisini TB í 1892. Mong av hesum feløgum eru ikki til longur og bara sera fá kappast nú í bestu deild í teirra londum. TB er tískil millum allarelstu fótbóltsfeløg í verðini, sum nú spæla í bestu deild.

Fótbóltur og serliga stóra undirtøkan, spælið fekk, var úrslit av ídnaðargerðini í Onglandi. Arbeiði og frítíð vórðu skild sundur. Áður, tá húskallar og tænustugentur búðu á bóndagørðum, var ikki skilt millum frítíð og arbeiðstíð. Um veturin hildu tey kvøldsetu. Tá varð undirhildið, meðan tað varð arbeitt. Ídnaðarkollvellveltingin broytti, sum nevnt hetta. Fótbóltspælið hugfangaði skjótt millum rík og fátøk. Spælt bleiv bæði í arbeiðarabýlingum og á fínum kostskúlum sum Eton í Onglandi.

Fyrstu ferð at dystur er millum TB og KÍ (stovnað 1904) var undir fyrra heimsbardaga: Ólavsøkudag í Havn í 1916. Í gerðabókini hjá TB stendur, at

Page 7: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

7

“Vejret var meget ugunstigt, en Storm strøg lige langs ad Plænen. Klaksvig valgte Maal og spillede 1. halvleg med Vinden i Ryggen.

Intet Maal i 1. halvleg. Efter Maalskiftet tog TB´s Spillere Offensiven

og gjorde 3 Maal. Klaksvig maatte nøjes med 0. Resultat TB 3 – 0.”

Síðan var onki samband millum feløgini í fleiri ár.

Tann 20. september 1923 sendi TB KÍ soljóðandi fjarrit:

“Til Klaksvigs Idrætsforening, Klaksvig. Tveraa Boldklub udbeder sig Æren af at spille kamp mod Dem førstkommende Søndag i Tveraa.

Hilsen Tveraa Boldklub.”

Tveir dagar seinni fjarritar KÍ TB aftur:

“Takker for Indbydelsen – skal komme hvis Vejrforholdene Tillader

det, og andre Vanskeligheder overvindes, nærmere Besked Lørdag.

Hilsen Klaksvigs Idrætsforening.”

Aftur tveir dagar seinni sendir KÍ TB fjarrit, har sagt verður:

“Ustadige Vejrforhold hindrer os at komme, foreslaar at spille i Thorshavn en af de førstkommende Søndage, Svar Hilsen KI.”

Tveir dagar seinni svarar TB KÍ aftur í fjarriti:

“Kan ikke spille i Thorshavn

Hilsen TB.”

Næsta royndin hjá TB at fáa KÍ suður var tann 20. juni 1925:

“Til KÍ. Høvdu tit viljað spælt ímóti okkum jóansøkudag á Tvøroyri telegrafsvar. TB.”

Dagin eftir sendi KÍ TB soljóðandi fjarrit:

“Takka fyri innbjóðingina hava ikki spælt í summar kunnu tí ikki

koma. KÍ”

Trý ár seinni bragdaði. Í Gerðabókini hjá TB stendur m.a.:

Page 8: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

8

“Den 1. juli (1928) havde TB Besøg af Klaksvíkar Ítróttarfelag. TB sejrede med 4 Maal mod 0, det er første Gang TB har haft Besøg af

KÍ”

Seinni – báði fyri og eftir 1939, tá ÍSF varð stovnað/ítrótturin skipaður – hevur TB javnan spælt dystir móti KÍ á Tvøroyri.

Ein tann mest dramatiski og málríkasti dysturin millum liðini bæði var á Sevmýri tann 20. juni 1976. TB skeyt fyrsta málið. Síðan kom KÍ fram um 3 – 1. Tá vendi dysturin einaferð enn og bleiv tað 6 – 3 til TB. T.e. at TB gjørdi 5 mál út í eitt. Men so fekk KÍ 2 mál aftrat. Dysturin endaði 6 – 5 til TB. Málskjúttar hjá TB vóru: Trónd Nolsøe (3), Ásmund Nolsøe, Bogi Djurhuus og Dan Nielsen. Málini hjá KÍ gjørdu: Andras Biskupsstøð (2), Mikkjal Mikkelsen, Jákup Mikkelsen og Jóannes Jacobsen.

Viðhaldsfólk hjá báðum liðum høvdu óivað í dag viljað sæð ein líka spennandi dyst sum omanfyrinevnda ...

Kelda: Tvøroyrar Skjalasavn

Page 9: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

9

Page 10: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

10

TB

1 Nikola Stoisavljevic (M)

3 Musah Armah

4 Aron Sørensen

5 Simon Søndergård Rasmussen

6 Rógvi Joensen

7 Einar Thorsteinsson

8 Danjal Godtfred (L)

9 Mark Kongstedt

10 John Villy Woldike Leo

11 Eirikur M. Ellendersen

12 Samudeen Musah

14 Johan Thomsen

15 Ndende Gueye

17 Teitur Olsen

18 Maxwell Asare Bediako

20 Jens Erik Bruhn

21 Bessijan Kastrati

22 Andreas Midjord

23 Nikolei Johannesen

25 Mads Svane Altschuler (M)

VENJARI Michael Winter HJÁLPARVENJ. Ken Fagerberg

HJÁLPARVENJ. Karl Øster

MÁLMANSVENJ Poul Eli Bærendsen

FYSISKUR VENJ Jón Bjarnason

Page 11: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

11

1 Kristian Joensen (M)

2 Dávid Langaard

4 Deni Pavlovic

5 Jesper Brinck

6 Símun Kalsø

7 Árni Frederiksberg

8 Jákup B. Andreasen (L)

9 Páll A. Klettskarð

10 Jóhannes Bjartalíð

11 Jonn Johannesen

13 Mathias Roseørn (M)

14 Sumareh Bubacarr

15 Ivar Sollie Rønning

16 Daniel Björkman

17 Jasper Van Der Heyden

18 Olaf K. Hansen

19 Dávid B. Andreasen

20 Børge Petersen

21 Boris Dosljak

22 Oddmar Færø

23 Jóannes K. Danielsen

24 Heini Vatnsdal

27 Tóki á Lógv

32 Claes Philip Kronberg

VENJARI Mikkjal Thomassen

HJÁLPARVENJ. Sjúrður Jacobsen

MÁLMANSVENJ Geza Turi

FYSISKUR VENJ Bárður Jacobsen

Page 12: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

12

Page 13: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

13

Page 14: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

14

Page 15: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

15

Page 16: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

16

Poul Effersøe 150 ár Tann 24. januar 2021 vóru tað júst 150 ár síðan, Poul Effersøe var borin í heim í Heiðunum í Trongisvági. Poul var ein av sjey systkjum hjá Gudmundi og Katrinu Effersøe. Rasmus og Poul búðu saman við Vestaruvág í nógv ár og eru grivnir í kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn. Har liggja eisini 3 systrar grivnar undir sama gravstein. Poul Effersøe var sum kunnugt hann, ið var íbirtarin til, at bóltspæl og harvið eisini at fótbólturin kom til til Føroya. Í 1892 stovnaði hann Tvøroyrar Bóltfelag. TB-limur okkara, Uni Persson hevur í eina tíð arbeitt við at snøgga gravsteinin hjá Poul, tí hann var í sera ringum standi og stóð til at koppa. Uni Persson býr beint við kirkjugarðin og vitjar har av og á. Tvøroyrar Bóltfelag vil hervið takka Una fyri vælgerðina og takka honum fyri, at felagið í honum altíð hevur havt ein hollan stuðul í góðum, sum í ringum, tíðum. Á myndini síggjast Henrik Thomsen og Uni Persson við gravsteinin hjá Poul Effersøe.

Page 17: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

17

Page 18: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

18

Page 19: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

19

Page 20: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

20

Page 21: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

21

Page 22: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

22

Page 23: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

23

Page 24: Hjartaliga vælkomin til ársins fyrsta

24