22
OYRA HEFTIÐ KOMIÐ OG SYNGIÐ VIÐ ÚTI Á OYRUM :)

Oyra sangir

Embed Size (px)

DESCRIPTION

 

Citation preview

Page 1: Oyra sangir

0

OYRA

HEFTIÐ KOMIÐ OG SYNGIÐ VIÐ ÚTI Á OYRUM :)

Page 2: Oyra sangir

1

1001 nátt .......................................................................... 2

80ini ................................................................................. 2

Áh, kundi á tíðarhavi ....................................................... 16

Aldan ................................................................................ 2

Alt hann átti á fold var ein koyggja .................................. 18

Annan sang ...................................................................... 16

Átjan ............................................................................... 17

Babba .............................................................................. 14

Boðar tú til allar tjóðir ..................................................... 13

Eg siti so eina .................................................................... 3

Eins og áarstreymur rennur ............................................. 18

Eitt sunnukvøld í plantasjuni ............................................ 4

Eros .................................................................................. 4

Fagra Blóma ..................................................................... 3

Føroyar ............................................................................ 14

Føroyingar, sum her nú koma saman............................... 15

Genta góð ......................................................................... 5

Gomul minnir ................................................................... 5

Halleluja syngur í mínum hjarta ....................................... 15

Heimkoman ...................................................................... 4

Hví reikar tín hugur? (Eydnan) .......................................... 6

Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt ..................................... 15

I en lille båd der gynger .................................................... 6

Í góðum veðri hann dyrgdi ................................................ 3

Kalli katt ........................................................................... 6

Karin ................................................................................. 7

Kom og dansa .................................................................. 18

Langt burt frá øðrum londum .......................................... 16

Lívsmynd .......................................................................... 7

Meg minnist eina mynd .................................................... 8

Meirilutin ræður ............................................................. 18

Mítt hjarta pumpar... ........................................................ 7

Nánd ................................................................................. 8

Niklas hjá Pena ............................................................... 11

Nú skal eg góða .............................................................. 14

Nú sólin sær søkir hav....................................................... 9

Rasmus ............................................................................. 9

Sára .................................................................................. 8

Sildavalsurin ................................................................... 11

Skjønne Helen ................................................................ 19

So vakrar moyggjar og knappar menn ............................ 12

Sól til viða rann ............................................................... 16

Tað er gott at elska ......................................................... 19

Tað er leygarkvøld .......................................................... 12

The Wild rover ................................................................ 10

Those Were the Days ...................................................... 10

Til Føroyar ...................................................................... 17

Tú alfagra land mítt ........................................................ 13

Uppá tá ........................................................................... 17

Vágagellan ...................................................................... 10

Válandi heim .................................................................... 9

Vandringsmannen .......................................................... 12

Villar víddir ..................................................................... 13

BARNASAANGIR .................................................. 20

10 BIBBUR ...................................................................... 20

10 indianarabørn ........................................................... 20

Bert ein dag.................................................................... 20

Boogie Woogie............................................................... 20

Burtur á heiði ................................................................. 21

Eg banki, eg buki ............................................................ 21

Gakk tú tryggur fram við góðum treysti ........................ 21

Gev mær olju á lampuna, Harri...................................... 21

Jesus er besti vinur barnanna ........................................ 21

Sum eitt summar ........................................................... 20

Page 3: Oyra sangir

2

1001 nátt Eg vil halda fast um teg, eg vil kína tær eymt, eg man ongantíð skilja, tað sum mær er hent. Eg má framvegis undrast á kærleikans mátt, eftir 1001 nátt. Eg vil taka hvønn dag, sum hann kemur og fer. Tí tú letur meg vita, hvat hvør dagur ber. Og eg elski og hevji teg líka so hátt. Eftir 1001 nátt. Hvat um tað, um tíð fór til spillis. Hvat um tað, um tað tók sína tíð. Tá vit fingu at síggja at einki er lánt. Eftir 1001 nátt. Og eg elski og hevji teg líka so hátt...... Hvat um tað......

80ini Eg vakni, men vil bara balla meg inn, øll ting tykjast tyngri og tyngja mítt sinn. sjálvt morgunin boðar ein skýmligan dag, so veit eg tað hjálpir at syngja eitt lag. Eg í 80’unum livi, syngi og skrivi, um okkum, sum her eru til, tá gott er at flenna, práta og kenna, ein kærleik’ – har alt verður til, har alt ber til, har eg verði til...... So veit eg, úr degnum lætnar eitt skýggj, í dansinum kanska eitt fitt lítið fríggj. Við vinum eg skáli eina heilsu um frið og sangurin byrjar og øll syngja við Vit elska og liva, syngja og skriva, um heimin, vit øll hoyra til, og vit vilja øll flenna, práta og kenna, ein kærleik’ – har alt verður til, har alt ber til, har eg verði til....

Aldan Orð: Gunnar Hoydal Lag: Annika Hoydal

Altíð ræddist eg taran í sjónum, rekandi vøkstur um klettar og brot, síðani, saman við ótta og vónum, hevur tú rikið mítt hjarta á flot. Tak í meg, tak um mín iva, nem við meg, nert ikki við, sissa meg, tá eg vil liva, øs meg, tá eg biði um frið. Nú ert tú aldan, og eg eri tarin, dregur meg at tær og rekur meg frá, eigi teg, eigi teg, tá tú ert farin, veit at eg missi teg, tá tú ert hjá. Tak í meg,..... Alt tað, sum lokkar og alt, sum vil styggja, fløðandi, fjarandi ert tú í mær, lyftur meg upp nú og letur meg liggja, myrkrið, sum bjargar og ljósið, sum slær. Tak í meg,..... Ræddist eg sjógvin við myrkri og megi, visti meg stíga á ótryggan veg, líknandi leið, men við rekandi gleði, gangi eg nú : Nú ræðist eg teg. Tak í meg, tak um mín iva, nem við meg, nert ikki við, sissa meg, tá eg vil liva, øs meg, tá eg biði um frið.

Page 4: Oyra sangir

3

Í góðum veðri hann dyrgdi Orð: Hans Andrias Djurhuus

Í góðum veðri hann dyrgdi

heilt uppi við Eystfalssker; og heima sat mamman og syrgdi, so boysin tann pilturin er. Men seinni hann fór út at trola og legði so langt út á hav, har stórir sjógvar teir skola og snýsa so mangt omanav. Í Skotlandi seldu teir fiskin, har fekk hann ein góðan vin, hon stóð har og flenti við diskin har suðri í Aberdeen. Tá átti hann peningar nógvar, og hartil var lyndið lætt, og henni keypti hann skógvar og hartil ein reyðan hatt. Men brátt mundi gentan hann narra, tað tók honum dygt og tætt. Á havinum ryturnar karra og flúgva úr ætt í ætt. Tá var tað hann skifti hýru at slíta tey trongu bond og sigldi við Óla á Mýru heilt suður í onnur lond. So var tað ein dagin, teir lógu við brúnna í Singapore, eina føroyska skútu teir sóu, og skiparin kom umborð. Tá stóð hann og longdist og syrgdi, so lítil var vorðin verð. Hann mintist til drongin, sum dyrgdi har uppi við Eystfalssker. Har frammi teir gjørdu eitt gildi, og har fór mangt glasið í sor; men tá ið teir heim aftur hildu, var drongurin við umborð. Teir bógvaðu gjøgnum monsunin, og ofta var ódnin hørð; men altíð so áttu teir munin og komu á Skálafjørð. So róði hann sær til Havnar, og mamman fekk silkistakk.

Ja, so gera slíkir stavnar, sum sigla og liggja bakk. Hann húsini bræddi og girdi, so vøkur tann lonin er. – Í góðum veðrið hann dyrgdi har uppi við Eystfalssker.

Eg siti so eina Eg siti so eina við bálið í kvøld og hugsi um teg mín elskaða, nú sólin fer niður, og náttin gerst køld, og stjørnurnar glitra himli á, Eg reið mær avstað til Texas bý, yvir prerians fløtur, fjøll og líð, eg reið mær henda langa veg, tí eg skuldi hitta teg, mín hestur, mín saðil og eg.

Og nú vit aftur sita saman her, við longsli eg takið teg í favn, aftaná hesa longu vandamiklu ferð, eg teski tít elskaða navn. Eg reið mær avstað......

Fagra Blóma Orð: Poul F. Joensen

Fagra blóma tú sum prýðir fjallatindar berg og skørð, bø og ong og grønar líðir, hvat er fagrari á jørð ? Eina blómu tó eg kenni, fagrast hon av øllum er, sjálvt ei rósan líkist henni, tað er hon eg valdi mær. Blómur spretta móti vári, følna, tá ið heystið er, mín, hon blóma man alt árið, um so kalt og kavið er. - Einaferð hon bert kann blóma, følnar hon, eg følni við. Fylgja skal eg blómu míni, til tann síðsta hvíldarfrið.

Page 5: Oyra sangir

4

Eitt sunnukvøld í plantasjuni Orð og lag: Birni Dam

Eitt sunnukvøld í plantasjuni, har sita tvey lið um lið: ein genta og ein drongur, nei, nú orki eg ikki longur. Eg aftan fyri tey lá eitt sunnukvøld í plantasjuni. Tey tosa um stjørnum og mána sita eina løtu og gána, men so loypa tey upp við ein hvøkk - tað var nakað, sum gjørdi tey kløkk. Hetta aftan fyri tey lá eitt sunnukvøld í plantasjuni. O, góða, o, góða, kom og set teg her hjá mær! O, góða, o, góða, kom nú, meðan slett ongin sær. Her er so góður friður, so tú kanst seta teg niður, :/: her er so gott og so hugnaligt, tí tú ert mær so fitt, so fitt :/: Eg fjaldur undir greinunum lá fyri tey meg ei skuldu sjá, men so kom eg til at bróta eina grein, so tað runt um plantasjuna hvein tað var hetta, sum gjørdi tey kløkk - eitt sunnukvøld í plantasjuni. O, góða....

Eros Orð og lag: Terji Rasmussen og Steintór Rasmussen

Vilt tú ikki sita her eina løtu nú hjá mær :,: so eg kann kína og kyssa teg og vera tær so nær. :,: Nú býurin skjótt sova skal og myrkrið biður góða nátt :,: legg teg bara her so væl fevn og kroyst mín kropp. :,: Vit gloyma dagsins strev í morgin er aftur frídagur og Eros so loyndarfullur lær bara hann okkum sær.

Nú sólin sendur geislar inn í eina lítla lon so veik :,: har liggja tvey saman balla skinn eftir ástarleik :,: Um vit gloyma dagsins stríð geva hvørjum øðrum tíð kann Eros ikki halda frí tað leggur hann einki í. Tú mást ei fara heim í kvøld verð nú her hjá mær, hjá mær :,: so eg kann merkja tín mjúka kropp heilt nær at mær. :,:

Heimkoman Hon kom til mín nú eitt kvøldið eg afturkomin var. Eg spurdi og hetta hon svarar: eg sannleikan vil siga fyri tær. Eg elski teg og bert tín vil vera men tekur tú meg ei eg veit at sorgina ei eg kann bera á í vónloysi tú meg hevur leitt. Ja, hvat skal eg gera, hon nú mín vil vera, men - tá eg burtur farin var, hon ein annan valdi sær. Ja, nú veit eg hvat eg vil gera: eina aðra eg finna mær vil, sum trúgv í móti mær vil verða, til deyðin okkum skilja vil. Ja, hvat skal eg gera, hon nú mín vil vera, men - tá eg burtur farin var, hon ein annan valdi sær Ja, nú veit eg, hvat eg vil gera: Eina aðra eg finna mær vil, sum trúgv í móti mær vil verða, til deyðin okkum skilja vil.

Page 6: Oyra sangir

5

Genta góð Eg havi prøvað bæði ilt og gott á sjógvi og á landi nátt sum dag, men tó var eitt, sum neit mítt hjarta fast, tað var tá fyrsta ástarbandið brast. Eg sigldi út á Atlants breiða hav eg kom í havn og skrivaði tær bræv, tí góða, hetta seinast vardi meg, at tú har heima longu fríggjaði. Tú hevði funnið meðan eg var vekk, ein annan drong, ið altíð heima gekk, tú hevði brotið lyftið, tú mær gav, tað kvøld eg aftur sigldi út á hav. Oh genta góð, oh genta góð, so mangan eina ið eg stóð oh genta góð, oh genta góð, tá longsul mín um havið dróg Hvør sjómaður man sanna hesi orð, tí oftani hann hoyra man umborð, um gentuna, sum sjómannin sín sveik, tí ástarbond tey vóru alt ov veik. Men hoyr tú genta, sum ein sjómann fær, tí at tú alt ov sjálvdani hann sær, ja, minst tá til um tíðin fellur long, so eigur tú havinum ein drong. Oh genta góð, oh genta góð, so mangan eina ið eg stóð oh genta góð, oh genta góð, tá longsul mín um havið dróg

Gomul minnir Sum eg her siti við veitslunar borð, tankarnir víða sveima, minnini berast í suður og norð, dvølja við smáttuna heima. Tá sólin á kvøldi sakk logandi reyð syngjandi fuglur um reiður sítt fleyg. Niðri á støðni um klettin tað dró. Nú er alt bara minnir.

Minnast tit friðin um bygdina lá, øll høvdu tíð at liva, skemtandi menn undir hjallum tú sá, tímatabell var ei skrivað. Tá sólin á kvøldi sakk logandi reyð, syngjandi fuglur um reiður sítt fleyg. Niðri á støðni, um klettin tað dró. Nú er alt bara minnir.

Eg minnist hanan á morgni, hann gól húskið hann alt fekk at vaka fiskafløgg veittra í rísandi sól, rívur á trøðni raka. Í torvi á Kvígandal kyndu vit bál vit drukku "roykte" vit burdu sagt skál. Svumu í ánni, ja pápi svam við. Rík eru gomul minnir. Og tá so dangurnar riggaðu til, garpar á Suðurland sigldu. Nýbarkað seglini settu teir til, stýrdu á bárunum villu. Men heima har sótu tey kona og børn, lýddu á havið í stormi og ódn, longdust til heystið, tá sluppin kom heim. Nú er alt bara minnir. Í Urðini sóu vit húkandi menn lótu sín afførning fara. Harðvunnar kjálkar, og fastbitnar tenn, kendu til útnyrðing harðan, teir royttu ein neva av sýrum og gras turkaðu endan, tað var onki fjas, tíðin var tíðin, sjálvt lívið var alt. Nú er alt bara minnir. Víst vóru løtur við álvara í, "Gráa" til tarvs mátti fara, spulað um halan, og eg spurdi hví, fekk tá um storkin at læra. Tá sólin á kvøldið sakk logandi reyð syngjandi fuglur um reiður sítt fleyg, niðri á støðni, um kletting tað dró. Nú er alt bara minnir.

Page 7: Oyra sangir

6

Hví reikar tín hugur? (Eydnan) Arne Paasche Aasen Kurt Foss & Reidar Bøe Føroyskað hevur Sverri Egholm

Hví reikar tín hugur so víða um lond og ansar ei tí, sum er beint fyri hond? Tú droymir um fjarskotna ævintýrferð og sært ikki alt hetta vakra her. Tú droymir um sólgyltar strendur og skóg og hoyrir ei øll hesi heimligu ljóð. Tú heldur, her vera so deydligt og trist. Hvat er tað tú saknar? Tú veit ei vist. Sum kurpalið heima ei nakað er til, so unn tær at steðga og slota eitt bil. Og tú fært at kenna, at ongasteðs er so ríkt og so vakurt sum bara her! Tey ljóð, sum tú hoyrir, nú alt er so kvirt, og lýsandi minnir, umenn tað er myrkt, tey eru øll tíni og siga tær best frá tí, ið tú saknaði allarmest. Ta lukku, tú søkir tær víða og hvar, hon er kanska bara í sjálvum tær. So gevst við at reika, tí gleðin hon fæst sum oftast í tí, sum er allarnæst.

I en lille båd der gynger I en lille båd der gynger sidder jeg og synger Synger om de ting der gi’r liver værdi Jeg ka’ ikke gå på vandet men jeg ka’ så meget andet Jeg kan føle mig glad Jeg kan føle mig fri Der er forår i min mave Jeg ved hvad jeg vil lave ud og finde fred fri for nogen der glor Drive rundt ude på fjorden med begge ben på jorden Jeg er godt tilfreds med en pilsner i snor I en lille båd der gynger...

Prøv og mærk hvor luften sitrer se op vandet hvor der glitrer Jeg har masser af tid og slet ingen ur Her er duft af tang og tjære det er lige til at bære Tør en fisk på en rist fra et gammelt komfur I en lille båd der gynger...

Kalli katt Orð: Kári P.

Gongur tú ein keitúr millum trý og fimm konteynarar øl og brennivín og timbur skipast inn so sært tú gamla kalla katt húka á sín stav skoða farna verk sítt endurføðast hvønn ein dag Tá gerst hann aftur ungur sum lossaði hann har fyri hvønn ein breyðbita hann knossaði og bar meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn men tað var aldri fólk sum kalli ið sóu vinningin Hann minnist mangan kaffimunn og mangan lítlan dramm í regni millum konteynararnar vinirnir og hann meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn men tað er aldri fólk sum teir ið síggja vinningin Høgir harrar hábærsliga lyfta av sín hatt heilsa tær og konuni men aldri kalla katt tí skip tey stevndu út og onnur stevndu inn onkrir lyftu aðrar upp um lúnningina Ein dagin undir lossing ein stórur kassi datt og so var eingin tímalønin meir hjá kalla katt tað er fjálgt at pensjónerast av at gerast sekstifimm men beikst at missa farmin tí at árar leggjast inn Kalli gníggjar eyguni og starir út á hav um skamma stund so skal hann sjálvur sína ferð av stað summar skútur stevna líka inn í himmalin og kalli trýr at har fær hann at síggja vinningin

Page 8: Oyra sangir

7

Karin Orð: Steintór Rasmussen

Kavin var júst bráðnaður, og sólin hugdi fram, tann dagin, lítla Karin ein ring á vegnum fann, ein ring við eini perlu, hon glað til húsa rann, og mamma segði: Karin góða, hvør man eiga hann? Karin spurdi genturnar og konur har umkring, men eingin kundi kennast við henda vakra ring við tí dýru perlu, sum hon á vári fann, so mamman helt, Karin nú kundi eiga hann. Stolt og ovurfegin við ringi Karin gekk á tumlinum, og onkuntíð í hálsbandi hann hekk, mamman segði: Karin góða, goym nú ringin væl, tí tá tú verður størri, á ringfingur hann skal. Tá Karin fylti seytjan, tá kom eitt fólk á gátt, ein lítil gomul kona, og hárið tað var grátt, hon segði: Góða genta, tú onga gávu fær, í tíggju ár tú hevur borið gullringin hjá mær. Eg einki vildi siga, tá tú ein dagin stóð í gongini og spurdi meg so fitt og eygagóð tú vísti mær á ringin , í tínum lógva lá, men eisini dýrar perlur eg í tínum eygum sá. Tú kanst leita víða eftir gulli, um tú vilt, og savna alskyns prýði, stás og annað gylt, tó ikki alt, sum glitrar, er eydnan her í verð, men lívið er ein dýrgripur, vit sjálvi evna her.

Lívsmynd Orð: Steintór Rasmussen

Enn eri eg ungur og enn í góðum lag, mær tørvar einki føðibræv til at prógva tað. Eg minnist ei mín barnadóp og mína grulvutíð; Nú eri eg nóg vaksin til at skilja hvat og hví. Eg vil elska, eg vil syngja, eg vil fevna kærleikan, eg vil leita til tey støð, har eg finni sannleikan.

Lívið er mítt listarverk, eg máli jú hvønn dag; Um eg fylli hundrað ár, ei liðugt verður tað. Vónin er at myndin mín ein mildan skugga fær, tá fólk úr øllum heiminum frælsið ogna sær. Eg vil elska, eg vil liva, eg vil syngja friðarlag saman við so mongum menniskjum, sum altíð vilja tað.... Vilja gráta, vilja flenna, ynska frið í heiminum, og við álit’ á hvønn annan læra mangt av lívinum.

Mítt hjarta pumpar... Mítt hjarta pumpar fyri tær blóðið gjøgnum æðrarnar hjá mær, og trýstið er so høgt, so tað forslær, tá mítt hjartað pumpar fyri tær. Ja, fyrstu ferð tá ið eg sá teg, blivu beinini hjá mær sum gelé, tey vildu næstan ikki bera meg, eins og tey vassaðu í lambafrikassé. Eg aldrin gloymi okkar' fyrsta prát, tú meg eggjaði, títt freka apparát, tú tosaði bert um "be-frugtsalat" so eg rodnaði og bleiv sum ein tomat. Og mítt hjarta pumpar... Men tað var gott, tú valdi meg til mann tí øll mín smædni fyri tær forsvann, í tær, ja, lukkuna eg fann, so nú flóti eg, eg aldrin søkka kann. Tí mítt hjarta pumpar....

Page 9: Oyra sangir

8

Meg minnist eina mynd Meg minnist eina mynd, eg var lítil tá, tó fagrari mynd eg aldri sá, tað var lítil bygd, fram við vatn hon lá, og húsini vóru so fitt og smá. Í bønum á blik løgdu gentur løk og roykurin rak yvir grasgrøn tøk Hvør klettur sum skarlak litaður var, og krúnu av támi tindurin bar. Ein drongur við tráðu sat vatni hjá, ein áarløkur rann skamt har frá. Ein tjóðraður hestur í beiti stóð í lofti kvað fuglur sítt kvøldarljóð. Alt átti so friðarligt hvíldarlag - kvøldarhvíld eftir strævnan dag. Sólin var farin um fjallaskarð, tó enn stóð glæman og lýsti har. Ein føgur ein yndislig summarmynd við sólseturglæmu um høgan tind. Og eg kann minnast, eg ynskti mær, at mær mátti unnast at búgva har. Tó aldri eg enn slíkt stað havi sætt og einki havi eg frá tí frætt; og myndin er burtur - skrødd ella brend, og eina av mær, ongum øðrum kend.

Nánd So rótleyst er sinnið títt, altíð á ferð tað tykist sum gloymir tú virðini her. Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond enn síggja tað vakra, sum er í nánd? Tær tykir at lívið er keðiligt - grátt, hvønn er tað tú saknar - hví falla í fátt? Tá aldri tú unnir tær hvíld ella frið, fæst onki at grógva við tína lið. Far innar í stovuna, um hon er trong og lurta - hon syngur ein stillan song; hon rúmar tó nakað, sum tú leggur í har vantar bert tað - at tú varnast tí.

Tann eydnan, tú hómar um blánandi fjøll, hvør sigur hon finst ei í heimahøll? Tú átti ei friðleysur leita so fjart, men lært teg at elska tað, sum tú sært.

Sára Sára eitur genta mín, hon er av Selatrað. Hon tænir nú í Tjørnuvík og er í góðum lag. Hjá Peri uppi Suðuri, hon passar høsn og neyt og so dugir hon so sera væl at kóka mjólkagreyt, O, Sára! O, Sára! O, Sára mín; hon er av Selatrað. :,: Sára seymar blóðmørsindur - eltir garnatálg. Hon er von og tekkilig, og so er hon so fjálg. Hon bindur troyggjur, vøttur mær og lappar hvørja spjørr; og fyri tað eg gevi henni lítlan koss á vørr. :,: O, Sára! O, Sára! O, Sára mín; hon er av Selatrað. :,: Vit hittust í plantasjuni, tað var eitt leygarkvøld. O, Sára! Sára! Sára, mín, o, sum tú tá var køld. Mánin skein á sund og fjør og gylti frystu ong; og tá ið eg so kroysti teg, tá brakaði hvør spong. :,: O, Sára! O, Sára! O, Sára mín; hon er av Selatrað. .:,: Tá aftur eg til heystar komi, Sára, Sára mín, tá skalt tú vera brúðarklødd, so vøkur og so fín. Hjá Peri uppi Suðuri, vit gifta okkum inn; tann fyrsti lítli "sprellibassin", hann skal eita Finn! :,: O, Sára! O, Sára! O, Sára mín; hon er av Selatrað. :,:

Page 10: Oyra sangir

9

Rasmus Kenna tit Rasmus, Rasmus í Gørðum, hann eigur sær bæði hestar og neyt. So hevur hann hjallin niðri í fjørum, saltfisk og sperðil, um á hjá honum treyt. Men Rasmus, ja Rasmus, hann følir seg so eina, hann hugsar um Rasminu, sum situr heilt aleina. Tí Rasmus, ja Rasmus, hann er gamal drongur, slaturin gongur, hann tímir ikki longur. "Nú má eg mær finna eina fitta gentu, hevði eg torað at ligið framvið. Eg fylgdi Rasminu, sjálvt um teir mangan flentu, men kanska hon ikki er heilt ómøgulig." Tí Rasmus, ja Rasmus, hann er gamal drongur, slaturin gongur, hann tímir ikki longur. Hann droymir um Rasminu bæði dagar og nætur, vinirnir arga hann, so hann er ofta nokk so flatur. Og Rasmus, ja Rasmus, hann fór sær ein dagin yvir at nesi og norður um á. At fríggja hann ætlaði, reyður og smæðin, spurdi Rasminu, á knøunum hann lá: "Rasmina, Rasmina, mín fitta rosina, vilt tú um meg fjálga, mín lívsins kamina?" "Ja, elskaði Rasmus, nú kundi eg skríggjað, í tríati ár havi eg nú væntað teg at fríggja".

Nú sólin sær søkir hav Í skýming á trøðni, eg hómi á lónni, har dandar eitt æðupar. Fuglurin letur, sólin hon setur meg minnist her alt, sum var. Ein farri av farnari fornari tíð tað kennist sum alt gongur aftur. Kellingará tutlar fossinum frá. Meðan sólin sær søkir hav. Skýmingaskuggar, - ei hómast gluggar meg frøðir eitt farvuspæl Røðin av tindum, í skiftandi myndum ein sjón, sum mær hóvar væl. Hvør túgva, hvør lág, hvørt grógvandi strá úr øllum nú minni tala. Titandi fet, - eg kenni hvørt vet. Meðan sólin sær søkir hav.

Ritubergsskarið - ein syngjandi varði títt margfaldafuglasjóð. Letur ein spógvi, svarar ein kjógvi hoyr láin sítt eyðkenda ljóð. Men uppi í dimminum hómi eg enn, seg mýr'snýpan stoytir á høvdið alt hetta spæl, meg minnist so væl. Meðan sólin sær søkir hav. Kempur so seigar, løgdu inn teigar úr haga til grønkandi bø. Harðvunnar hendur - garðurin stendur Við klípum frá hæddum í støð. Her stóðu teir kropnir við haka í hond. teir saksaðu, veltu og gróvu. Treiskir teri bygdu á kroppinum land. Meðan sólin sær søkir hav. Smábarnaføtur - í traðkaðar gøtu so skjótt skifti ættarlið. Piltur til abba, flytast av stabba brátt næsti stóð undir lið Skjótt tíðin her rann, á øllum hon vann. Bert fossurin kvøður í elli hann stóð jú har - sá eldast hvørt par. Meðan sólin sær søkir hav.

Válandi heim Gævi at eg kundi sungið eitt lag

sum hjarta mítt kvøður hvønn einasta dag

um tún og um teigar á heimligum stað

har fløvin av hondum í sleptu er nær

Gævi eg aftur á Sandinum stóð

tá sjógangur niðan í áirnar vóð

tá vitið var lítið og verðin var stór

áðrenn eg nakrantíð heimanfrá fór

Válandi heim eftir Niðara vegi

veri tað nátt ella á alljósum degi

kínir mítt eyga hvørt gil og hvønn stein

kenni meg aftur og vælkomnan heim

Page 11: Oyra sangir

10

The Wild rover I've been the wild rover for many a year spent all my money on whisky and beer, but now I'm returning with gold in restore, nevner I'll play the wild rover no more. And it's no, nay, never no, nay, never, no more will I play the wild rover no nevner, no more. I went to a shanty I used to frequent told the landlady my money was spent. I asked her for credit, she answered me "nay" saying, "Costomers like you I can get any day". And it's no, ....... I drew from my pocket ten sovereigns bright. The landlady's eyes opened wide with delight saying, "I have the wisky and wine of the best, and the words that you told me were only injest". And it's no, ....... I'll go home to my parents, tell them what I have done, and hope they will pardon their prodigal son. And if they will do as so often before, never I'll play the wild rover no more.

Those Were the Days Once upon a time there was a tavern Where we used to raise a glass or two Remember how we lavhed away the hours And dreamed of all the great things we would do Those were the days my friend We thought they’d never end We’d sing and dance forever and a day We’d live the life we choose We’d fight and never lose For we were young and sure to have our way. La la la la… Those were the days, Oh yes those were the days Then the busy years went rushing by us We lost our starry notions on the way If by chance I’d see you in the tavern We’d smile at one another and we’d say

Those were the days…… Just tonight I stood before the tavern Nothing seemed the way it used to be In the glass I saw a strange reflection Was that lonely woman really me Those were the days….. Through the door there came familiar laughter I saw your face and heard you call my name Oh my friend we’re older but no wiser For in our hearts the dreams are still the same Those were the days my friend We thought they’d never end We’d sing and dance forever and a day We’d live the life we choose We’d fight and never lose For we were young and sure to have our way. La la la la… Those were the days, Oh yes, those were the days

Vágagellan Kastar og heintar og filar og dregur, tolin hon bíðar til eg bíti á. Tað er bert eitt, hon í kvittanum hevur, ætlar sær fong heim til húsa við sær. Kaldur og sveittur, ein ørvitisfiskur, eri eg, tá vágagellan er nær. Fast er, ei nyttar at skrykkja ímóti. Fast er, hon dregur meg, hvagar hon vil. Hvat skal eg siga, og hvat skal eg gera, eg havi mist alt mítt vit og mítt skil. Lat meg bert tiga, lat hana bert ráða; eingin er sum Vágagellan hjá mær. Hon krøkir seg í meg og slítur meg sundur, fýkur avstað við mær, eg veit ikki hvar. Einki kann bjarga mær, hon er eitt undur, eg eri ein drumbur og eg fylgi við.

Page 12: Oyra sangir

11

Niklas hjá Pena Eg eiti Niklas hjá Pena, og er eri fjøruti ár, mín kona er Marin Malena, og hon fylti trýss í gjár; Tó eg elski Marin Malenu, - helst tá hon ei er her í nánd - og næstan aldri meg veni undir hennara jarnhørðu hond. Fyrstu ferð eg kendi, at hon ein gívur var, var brúdleypsdagin: Hon brendi rúsdrekkakortið hjá mær. Tá skuldi eg aldri havt talað, tí klovan hon langaði mær í skallan, so alt fór at mala – á, Marin Malena hjá mær. Eg tori ei síðan at siga annað enn: Góða hjá mær. Hvat, ið hon enn man meg biðja, so fær hon sama svar. Biður hon meg vaska blæur ella klóra á rygginum sær, svari eg fúsur og glaður: Ja, elskaða Marin hjá mær Um Marilyn Monroe segði: ”Niklas, eg eri so køld,” hugtungur svarað eg hevði: ”Eg tori ikki í kvøld. So høgt eg enn man seta viðgitna krovið á tær; eg noyðist tó hægri at meta Marin Malenu hjá mær”. Nú kunnu tit kanska halda, at tað er so synd í mær, men ein er sum øllum man valda. Hann hjálpir nokk eisini mær. - Tí man eg aldri meg vena, Um enn hon so dúgliga goyr, Mín elskaða Marin Malena, Eg veit, at hon einaferð doyr.

Sildavalsurin Skútur brátt stevna av firði út, ta norðhavssild at fanga. Skiparin rópar um stýrhúsrút: »Hey! latið springið ganga!« Koyrið so á motorin, snotulig skútan er vorðin. Setur so kós í ein landnyrðing, loggið bert snurrar ein sólarring. Skiparin sjógvin gradar, brúkar sekstant og radar. »Gerið nú greitt bæði trossar og gørn, tí nú setast skal!« Setan var góð, væl teir fingu í á fimtan favna dýpi. Gørnini fimti teir settu út, við tunnum verður knípið. Avhøvda flestu og gelda, arðir teir salta og skelda. Kokkurin gamli tó glaður er: »Komið nú allir og skaffið her, borðiskin havi eg djúpan, kom fá tykkum sildasúpan, hon stimbrar og hitar hvønn einasta kropp, sum nú kropin er!« Sigla so innaftur leygarkvøld, teir glaðir munnu sjunga. Harmonikan áður so deyð sum sild man út í dansin runga. Ruski og polski har snurra, norðmenn og sviar, sum murra. Har er bert ruðul og eingin kós, stúgvandi fult eins og sild í dós. Har eru sildaknassar umframt teir sildabassar, sum gørn teirra seta og fanga sær sprund nú eitt leygarkvøld.

Page 13: Oyra sangir

12

So vakrar moyggjar og knappar menn Orð: Rasmus Effersøe So vakrar moyggjar og knappar menn, sum kunnu teirra gerning gera, væl finna kanst tú í Føroyum enn, tí her er gaman at vera. Um vetrarkvøld um grúgvu samlast øll at siga søgur bæði um menn og trøll; stuttligt er har, tað tykist mær, ið hvat so aðrir teir halda. At reka seyð, tað so stuttligt er, at kasta nót og halda snøri; hvør lítil drongur so glaður fer at stinga fliður í fjørðu; og tá ið piltur fer at fiska síl, í fikku fær hann sær ein góðan drýl: niðan í dal hann fara skal at fáa agn fyri flundru. Í øðrum londum tey gera mat, sum rætt og slætt kann kallast evja: “týskar klumpar” og “franska sós” og mangt og hvat tey saman vevja. Eg skerpikjøt og rikling vraki ei, gev mæ bara tvøst og spik og seið; gásin væl gødd og seyðarhøvd, tað er tann kostur sum mær dámar.

Tað er leygarkvøld Tað er leygarkvøld í kvøld harmonikan spælir til dans komið øll, sum eru køld, komið og fáið tykkum kjans. Tak um miðjuna á henni sum tú valdi tær Kom og syngi og flenni kom og dansa við mær. Hoyr so kátir tónar út gjøgnum vindeygað sær smoyggja nú. Hvussu kanst tú kenna sút? Kom og trín í dansin, tú.

Og tá myrkrið fjalir fold tak tá gentuna í hondina. Tá so døggin legst á mold leiðast tit til strondina. Legg á varrar hennar koss strúk so blítt og eymt um purlurnar burt er alt, sum fyrr var knoss og burt allar kurlurnar. Eydnulandið tykkar er har í fjálgu skýming sera blítt tað sum síðan hendi har er í tínum huga frítt.

Vandringsmannen Os kann du møte på all verdens veier, vår fot har trått på alle markens muld. Den bylt vi bær på, det er alt vi eier, men vi har stjerneglimt og månegull. Vi har en drøm, en verden bak om pannen, Så langt den rækker, er den evig vår Ja, vi har sjø og vi har gyldne lande, Med nye eventyr hvorhen vi går. Når sol går ned og det blir skumringstider, vil bekken nynne oss en melodi, for vi er vandringsmenn i verden vide og ingen gledestund går oss forbi. Vit tar imot og gir med åpne hender, så glad som vi, er ingen mann på jord, som vi, når natten sine stjerner tender, og lar det lyse i en vandrers spor

Page 14: Oyra sangir

13

Villar víddir Leið meg út á villar víddir har lívið leika skal frælsi fær eitt innihald og vónin gerst eitt val ja heilt út har vindar venda og orka broytir skap Einstein møtir Marx og Freud og Rolling Stones aftrat har blandar tú títt blómubryggj uttan timburmenn og fólkaskomm tí avdottin er bakkus brátt av kánabrúdleypsromm kom við út á villar víddir uttan haft ella tíðartonn Sigl meg út har sjógvar slættast av skynseminnar vernd hvør ein misgerð rættast í somu løtu hon er nevnd vilt tú syngja millum vinir mást tú ganga út úr takt tí tín leiðari gerst linur tá tín samvitska fær makt eygu møtast undrandi tú bert meg burtur blundandi øsast upp heilt óttaleyst í nirvana out of time blaka meg so har bylgjur brótast oman bakka út um heim Eg vil síggja syndir slaktast og teg sveima upp av ný tí har insta vónin aktast hon vekur vápnagný eg vil daga duldar dreymar og loysa lygnarhaft vita nær ja er ja og nei er nei tá ivin heldur kjaft og lívið er eitt puslispæl sum aldri liggur sum tað skal sum eitt sprell í kosmos tú og eg á Edensgarðarveg vælkomin út á villar víddir her skal ongin spara seg

Boðar tú til allar tjóðir Orð: Jóannes Patursson.

Boðar tú til allar tjóðir: "Æra skalt tú faðir tín, æra skalt tú tína móður, so tær fylgir signing mín. Landið gevi eg tær tá, leingi tú har liva má, fólkið títt tá skal eg kenna meðan øld um øldir renna."

Føroya mál á manna tungu merkir: Her býr Føroya fólk. Slektir fornu og tær ungu eyðkendu seg sum ein bólk, ið helt fast við fedramál, virdu tað av hug og sál, gloymdu ikki ættarbandið; byggja tí enn hetta landið. Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu leið várt starv, at vit ikki lata svíða dugnaloysi til hin arv, sum vit ervdu fedrum av; tá skal lyftið, sum tú gav, allan aldur Føroyum tryggja føroyingunum her at byggja.

Tú alfagra land mítt Orð: Símun av Skarði Lag: Petur Alberg

Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt, á sumri við logn, tú tekur meg at tær so tætt í tín favn. Tit oyggjar so mætar, Guð signi tað navn, sum menn tykkum góvu, tá teir tykkum sóu. Ja, Guð signi Føroyar, mítt land! Hin roðin, sum skínur á sumri í líð, hin ódnin, sum týnir mangt lív vetrartíð, og myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál, og ljósið, sum spælir mær sigur í sál: alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna, at eg verji Føroyar, mítt land. Eg nígi tí niður í bøn til tín, Guð: Hin heilagi friður mær falli í lut! Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd! So torir hon vága - av Gudi væl skírd - at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið, ið varðveitir Føroyar, mítt land!

Page 15: Oyra sangir

14

Nú skal eg góða Nú skal eg góða, skjótt fara frá tær Yvir á havið, so gongur mín leið Sjálvt um eg eri langt burtur frá tær Veit eg, og vóni, tú hevur meg kær. Sjálvt um eg droymdi meg aftur til tín Sjálvt um eg droymdi tú altíð var mín Andrin ein genta, sum kom á mín veg Havi eg elskað, sum eg elski teg. Tíðin er liðin, tú minnist væl meg Aftur tær løtur tá eg fevndi teg Tá ið eg kysti tín munn og títt hár Var eg so sælur, at eg feldi tár. Sjálvt um eg droymdi meg aftur til tín Sjálvt um eg droymdi tú altíð var mín Aldrin ein genta, sum kom á mín veg Havi eg elskað, sum eg elski teg

Føroyar Kaga upp í himmalin sært tú fuglin har frælsur vil hann flúgva nógv túsund míl frá tær hann breiðir sínar veingir út - veittrar tær farvæl Tá ferðin er at enda, tú aftur fuglin sær tá er hann komin heim til Føroyar Á køldum opnum havi, spjaddar liggja tit grønar vakrar oyggjar hetta landið eiga vit tú dregur, tú argar tað er títt sinnalag títt freka blíða lyndið - sjarmerandi er tað soleiðis kenna vit teg Føroyar Flúgva fagrir fuglar, byggja reiður her og fiskur býr í sjónum, so langt sum eygað ber At vitja fjallatindar, mangur gleðir seg og spríkja goymdar keldur um vit bora ígjøgnum teg og verða vit ríkari tá Føroyar? - og hvør verður ríkari tá Føroyar? Hvat heldur tú um okkum vit rópa okkum tjóð á flaggdegi um várarnar, tá tjøldur setast móð hvar eru tey, sum lovaðu at lekja tíni sár sum misprýða og vanvirða ár eftir ár Hvat heldur tú um føroyingar Føroyar?

Við guitara og sangi eg spæli nú mítt lag sum Føroyar var mín móðir og bað meg skriva tað so eiggilig og gomul hon teskar barnið mítt: eg vildi at mítt ríkidømi so væl varð býtt ímillum tey, sum búgva her í Føroyum ímillum tey, sum búgva her í Føroyum - so javnt millum føroyingar Føroyar

Babba Babba má ikki forstýrast, babba er móður í dag, babba má stríðast sum fýra. Góði minst altíð til tað. Babba er álitismaður við honum í fillur alt fer, babba er føði og klæði, far út og spæl góði Per. Gloym ikki barnaløtan kemur klokkan sjey, her er ein króna, goym nú væl. Legg tær í geyma fyrst og síðst á hesi ferð, at her er lív og einki spæl. Babbar mugu ikki forsýrast, babbar eru álitismenn. Babbar mugu stríðast sum fýra, komið nú allir í senn. :,: Hvat er tað besta her í verð, man ikki babba bestur ber, sum vøkur hvørvisjón hann fer til morgindagin meðan tíð enn er :,:

Page 16: Oyra sangir

15

Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt og gamalt vinalag, hvør skuldi gamlar gøtur gloymt og mangan góðan dag. Fyri mangan góðan dag, ið var, drekk nú eitt glas við mær, vit tøma eina vinaskál og minnast tíð, ið var. Vit runnu upp í brekkurnar, har blomstur vaks og ber, men síðan varð mangt sporið tungt í tíð, sum farin er. Vit spældu allan dag við skip og floyttu eftir á, men leingi vítt og vágvilt hav ímillum okkum lá. Her rætti eg tær bróðurhond, og rætt tú tína mær, vit bera glas at munni so og minnast tíð, ið var.

Føroyingar, sum her nú koma saman Føroyingar, sum her nú koma saman, latum okkum brúka forna mál; setið tykkum niður her við gaman, drekkið allir glaðir Føroya skál! Latum okkum minnast ladið kæra, sum jú okkum øllum dámar væl; latum okkum høgt teir gomlu æra, okkum tað til frama verða skal. Har meg móðir bar á mjúkum armi, har eg lærdi grulva, stetla út; lítið visti eg av neyð og harmi; tí eg eftir Føroyum beri sút. Altíð má eg tað í minni ber, um at landið ei er stórt og gott. Hvat á jørð kann meiri herligt vera enn ein føroysk miðjansummarnátt?

Har sum títlingar og snípur láta millum blómur við so góðan frið, vakurt spæla man smálambið káta, væl tað trívist undir móðurlið; har hin lítla vakra áin hastar lystiliga oman gjøgnum gil, millum mangar stórar klettar fastar hon tó altíð havið finna vil. Mangur útlendskur, eg hoyri, sigur: ”Her er bara grátt út yvir grátt; slíkt,” teir halda, ”doyvir sinnið niður, regn og mjørki kann ei gera gott.” Men soleiðis ei teir ungu blíva: bylgjan blá og fjøllini so brøtt kunna ungar piltar væl upplíva, gera teimum fót og hjørtu løtt. Lítið ansast regn og aldubrotið, tá ið blóðið rennur heitt og lætt; væl man nytta monnum vadmalskotið, sum tær ungu moyggjar virka rætt. Hvat er væl eitt lív við ongum stríði? Sum ein máni fyri uttan ljós! Vakrast skínur sól á grønar líðir, tá ið ælið freka fór sín’ kós.

Halleluja syngur í mínum hjarta „Halleluja“ syngur í mínum hjarta, meg Jesus frelsti, sál mín er frí, burtur er nú myrkrið, tí sólin bjarta birti „ljós á kvøldartíð“!

Niðurlag: Halleluja, eg elski Jesus, tað er so herligt at kenna hann, áh, kom til Jesus, hann vil teg frelsa, ein fullan frið einans hann tær geva kann.

Verðin roynir sálir til sín at draga, men aldri gav hon hjartanum frið, einans Jesus fult út kann sálir gleða, í lívi og í ævir við.

Undurfult og stórt er Guds barn at vera, hann gevur kraft til sigur hvønn dag, hvørja byrði býður hann sær at bera, syng, mín sál, í gleðilag.

Syng, áh, syng tú frelsti um hesa gleði, sum tú ein

dag á Golgata fann, latið lovsong brúsa á

himmalvegi, prís til hann, sum sigur vann!

Page 17: Oyra sangir

16

Langt burt frá øðrum londum Orð: Gulak Jacobsen

Langt burt frá øðrum londum

– og báran gongur brøtt –

ein oyggjaflokkur samlaður man finnast; har kanst tú síggja líðir, har kanst tú síggja fløtt, og grasið grør frá egg til dalin innast; og fjøllini tey reisa seg ímóti himli høgt, ei annað eygað skoðar, er tað enn bjart og gløgt, enn hav og himmal – landið tað er Føroyar. Um tú vilt geva gætur, vilt tú verða varur við mangt gott og vakurt millum fjals og fjøru; tær oyggjar rætt sum systrar, ja allar lið um lið, so vinaliga líta hvør mót øðru. Har kanst tú finna hvítan sand og bratta meitilberg, hvar lomvigi og lundi geva fólki hold og merg, tí djarva fólk´, sum hevur heim í Føroyum. Vit, sum í Føroyum fingu dagsins ljós at sjá, sum børn við móðurbarm har mundu hvíla, vit vilja, meðan vit eru hesum foldum á, tær oyggjar elska bæði nú og síðla. Tí, sig mær, kanst tú finna so hugnaligt eitt orð, um tú tín tanka vendir í sunnan og í norð, sum føðiland, og okkum er tað Føroyar. Hvar enn tín fótur fjakkar, hvar enn tú festir búgv, ber altíð títt føðiland í minni; tí urtin hon følnar og verður ikki drúgv, er rótleysur stelkurin hin stinni. Bið gott yvir fólkið av fornari ætt, sum Guð hevur givið so dýran ein skatt: At liva við friði í Føroyum.

Annan sang Her standi eg í havnargøtum og lýði á Meðan hinumegin vegin stendur kinnreyð og fegin Hon og sigur frá um hin stóra dagin, tá ið hon friðin fann, og eg hugsi við mær sjálvum at tann friðin sum eg átti tók hon við sær tá.

Fyrr sang hon sangir um kerligheit um erotikk yvirhøvur nú syngur hon um ta stóru herligheit sum hon fann millum systrar og brøður Hennara mjúka rødd ein kaldan vetrardag vekir minnir, sum eg royni krógva burtur, men eg gloymi bæði tíð og stað. Hómi annan sang og onnur eygnabrá og eg hugsi við mær sjálvum at eg havi altíð verið hálvur líka síðan tá

Sól til viða rann Sól til viða rann nú dagur úti er Og tær túsund stjørnur tendra móti nátt Yvir tún og teigar heiðafuglur fer Kirkjuklokkur ljóða hugaligt og hátt. Tær í øldir hava ljóða sum í dag Tíðartánnin ikki broytti teirra lag Tað er friðarligt í haga og á veg Og í hesum friði droymi eg um teg. So við og við- lið um lið Sessast tvey njóta sælan náttarfrið Sjótt tær ótaldar stjørnur prýða loftið blátt Og tær 1000 stjørnur veittra góðanátt.

Áh, kundi á tíðarhavi

Áh, kundi á tíðarhavi vit akker kasta ein dag, tá vit hava eydnuna vunnið, so hon ikki rýmdi av stað. Tíðin, legg tínar veingir saman bert hesa stund, meðan eg sælur kyssi mítt sólfagra ástarsprund. Og løtan hin signaða, ríka, á kvirru, ástheitu nátt, - áh, lat meg í kossinum doyggja, tá hvíli eg æviga gott.

Page 18: Oyra sangir

17

Til Føroyar Pól F. Joensen

Mítt land, har atlantsbroddur stríður fer, á heimsins knøtti bert ein blettur er, tó vetur tær eitt veldiskvæði kvað, og summarið eitt eymligt ástarlag. Tá lívsins drottning fevndi Føroyar blíð, sum sólkyst speglaði sær havi í, sum lambið kátir, vit til fjalls avstað við sól í sinni fóru summardag. So litafríðar blómur prýddu bø, av heiðafuglum fjølbroytt ástarløg, hvør oyggj so bjørt, sum ein smaragdur lá í sólargulli havsins blána á. Tá pollamjørkin lak á landið dró, hvør tindur líktist oyggj, í brimi vóð, tá allir litir hvurvu og øll ljóð, sum mitt í miklum havi fjallið stóð. Náttúran blíð, men oftast harðlynt er, tá minst ein varir feigdarboð hon ber, og niðurlag við lívsins kvæði ger, so líkt við vøggu, brúdleyp, gravarferð. Á vetrartíð vit hoyrdu ódnarljóð, tá avvelt havið upp í bergið stóð, og kavin fjaldi seyð, og skalvur hekk, og saltur ráki kendist hvar tú gekk. Tú Føroyingur, hvar tú um heimin fer, eitt prýði fyri land og fólk títt ver, sýn spekt og semju, verj tey veikastu, hav hjartalag, sum móður tín við teg. Í fremri londum hav í huga tú, títt lítla heim, í sól sum kavaskrúð - tó norðljós loga litbjørt, broytast brátt - og ungar, eymar dreymar summarnátt. Nýarsdag 1955

Átjan Orð: T.N Djurhuus Tú ert enn so dárandi ung - sum nýborið vár, ið vitjar heimin á sólgyltum flytfuglaveingjum - tú ert einans átjan ung ár. Tú ert enn so eggjandi rein - sum perlandi tár - sum døgg hin, ið skírdi vársins fyrstsprotnu nálir - tú ert einans átjan ung ár. Tú ert enn so lekjandi góð - hevur ongum veitt sár, ið bløðir í loynd, sum tær flestu. Tí ert tú dreymakvinna mín - tú, ið ert einans átjan ung ár.

Uppá tá Hon er her í kvøld stendur har so svinn hyggur onkran annan veg tá eg trýni inn letur sum um hon ikki visti av at tá av er torna kemur hon við mæææær Uppá tá leitar hon uppá tá sveimar hon skimast rundan um seg hyggur eftir mær Og nú trýnir hon spelkin framm á gólv yndislig og von líkasæl og køld men eg síggji tað eingin annar sær síggji at hon dansar bara fyri mæææær Uppá tá... Onki hóvasták ger hon burtur úr tá hon biðjur meg koma út í tún veika hjarta mítt togar hon við sær framm um hundrað onnur gjøgnum larm og vas

Page 19: Oyra sangir

18

Eins og áarstreymur rennur Eins og áarstreymur rennur vallar hugurin hjá mær, og í barmi mínum brennur longsil út um bygdargarð. Eg vil skoða villar víddir, eg vil njóta sól og vind. Fagurt hagin nú er skrýddur, lætt fer lot um fjallatind. Felagar, tit pjøkan takið, kom í hagan burt við mær, vendið bygdini so bakið - móti okkum sólin lær. Hoyrið fuglaljóð í haga, síggi seyðafylgi mong, dýr og menniskju seg gleða: Trív tí í ein vallarasong! Tá ið eftir dagsins hita kaldligt lot um víddir fer, snípan letur okkum vita, at tað hvíldarstund nú er, og tá fara vit í tjaldið, og vit sova sælan blund, inntil náttin missir valdið á tí snimmu morgunstund.

Meirilutin ræður Nú bløðini skriva várt land fer um koll hví hjálpir oss nú eingin Nólsoyar Páll øll klípast og klandrast at tryggja sær sess hygg – annarhvør ungi nú føðist við stress. Alt veksur í virði nú – uttan tín løn tí fólkið skal spara er vísmanna bøn títt kekkhefti klænkar og svárt svíður sár tá bilar og video broytast hvørt ár. Er títt typuhús norskt og títt sjónvarp japanskt tað tú hoyrir og sært har er danskt amerikanskt hvat er tað, sum bagir, hvørjum endar alt við sig mær: fáa vit føroyingar ongantíð frið? Men ovasti dómstólur dóm hevur felt tú skalt eta tey epli, tú sjálv hevur velt tí meirilutin ræður og tað er so rætt at alt verður júst so sum hann hevur sagt. Men – gerast fólk klók av at fylkjast í flokk so vóru vit bæði vísmenn um vit vóru nokk tó málfrøðin mest hevur fávit mítt fest um ”flest” merkir ”best” ella barasta: ”flest”.

Alt hann átti á fold var ein koyggja Alt hann átti á fold var ein koyggja, og hann kendi seg heima umborð, hann var gamal og lá til at doyggja, men hann teskar tó enn hesi orð. Leið meg einaferð enn út á dekkið, lat meg ganga ta seinastu vakt. Lat meg stýra tað seinasta strekkið, áðrenn skipið til kei hevur lagt. Hetta far varð mítt heim gjøgnum lívið, og tað bar meg í suður og norð, nú til hvíldar eg ruraður blívi mína seinastu frívakt umborð. Tá mín dekksvakt er komin at enda og mítt tørn til at stýra er av, vil eg ongantíð heim aftur venda til tað stóra og brúsandi hav.

Kom og dansa Kom og dansa, hjartanskæri skattur mín! Hoyr, fiólin káta kvøður hásong tín! Kvøður hátt um elskhug og um søtan gleim; lat hann bera okkum burt í annan heim! Kom og dansa, kæra, legg teg í mín arm! Lívgandi er hvíldin við tín mjúka barm. Lítla hjarta titrar eymligt móti mær, sum ein bangin dúgva sárt við veingjum slær. Fagra høvdið hvílir móti bringu blítt, fuglaungin kennir reiðrið fjálgt og lýtt. Skálkasøta brosið leikar vørrum á, spyr, um ikki skjótt tær munnu kossin fá. Eygu møtast – burt er horvið alt, sum er; eina sveima vit í eini dreymaverð. Søtt sum blóman angar, mjúkt sum aldan slær, streymar heitt tí unga yndi móti mær. Alt er skýmligt, eina dansa tú og eg; smáar varrar teska eymt: “Eg elski teg”! Ørur eg tær kyssi, streingir tagna brátt. Svunnin er ein fríð og føgur dreymanátt.

Page 20: Oyra sangir

19

Skjønne Helen Hun var oppdratt i den tro at hun skulle i hjemmet bo. Til det kom en holden mand, samme rike stand Da hun kjærligheten fik var hun ikke på guldet rik. Men en fattig husmandssøn det blev hennes drøm Skjønne Helen, fager og ren, oppdratt i rikdom og herlighet Hun fant sin drøm, husmandens søn sin store kjærlighet Da hun spurgte faren sin, kan jeg sammen med vennen min Gå til alters samme vei svarte faren nei. Da besluttet pigen brat at de skulle ta færden fat Langt derut i fjerne land bort fra bånd og tvang. Skjønne Helen, fager og ren, oppdratt i rikdom og herlighet Hun fant sin drøm, husmandens søn sin store kjærlighet De for alltid ville bli, trofast sammen til evig tid Trosse farens lov og ret for sin kjærlighet. Skjønne Helen, fager og ren, oppdratt i rikdom og herlighet Hun fant sin drøm, husmandens søn sin store kjærlighet.

Tað er gott at elska Í summar ein morgun, snimma tað var og sólin dagaði fram Fingið mær upp í koppin av kaffi, og døggin av rútunum rann. Sólstrálur klivu upp, skygdu burt skuggar, leitandi gólvinum inn Funnu fram til tín á dýnuni mjúku og bóru tær dagin inn. Tað er gott at elska, tað er gott at elska Tað er gott at elska, kvinnu sum teg Tú býður mær blídliga ein góðan morgun og drekkur títt kinverska te Vøkru bláu eygu tíni svøvntung líta á meg Fjált er at hoyra teg líðandi vakna og friðin eg kenni á tær Tú ert tað dýrasta í mínum lívi, tú ert alt sum eg ynski mær Tað er gott at elska… Ei bert ein maður, men eisini pápi tað gleðina miklu ein fær At kenna tær mjúku smáu hendur, á morgni um hálsin á mær At eg eina kvinnu sum teg skuldi fáa, er kærleikin einasta svar Og tá vit inn í ta æviga flyta, vil eg elska teg líka nógv har Tað er gott at elska…

Page 21: Oyra sangir

20

BARNASAANGIR

10 BIBBUR Orð: Steintór Rasmussen Lag: Niclas Heri Jákupsson og Steintór Rasmussen

10 bibbur gingu ein túr, gingu ein túr, gingu ein túr. Men tann eina bibban var súr, ein lítil tá var súr. Vit tíma ikki at fylgjast við tær, fylgjast við tær, fylgjast við tær. Far tú heim og vaska tær, søgdu allar tær. Veitst tú hvat ið hendi tá, hvat segði tá, tann lítla tá? Um eg heim til húsa má, tit koma aftaná.

Og so fóru allar tær, allar tær, til gongu har, og tær fóru hosum úr, og ongin tá var súr.

10 indianarabørn Ein indi, tveir indi, tríggir indianarar Fýra indi, fimm indi, seks indianarar Sjey, indi átta, indi níggju indianarar Tíggju indianarabørn Tey lupu niður í bátin, men báturin hann hvølvdist Tey lupu niður í bátin, men báturin hann hvølvdist Tey lupu niður í bátin, men báturin hann hvølvdist Eingi indianarabørn Tey svumu og tey svumu til tey komu upp á land Tey svumu og tey svumu til tey komu upp á land Tey svumu og tey svumu til tey komu upp á land Tíggju indianarabørn Mamma mussaði og klappaði og legði tey at sova Mamma mussaði og klappaði og legði tey at sova Mamma mussaði og klappaði og legði tey at sova Tíggju indianarabørn

Bert ein dag Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái. Ríka troyst til stirda sál og ond! Hví nú stúra? Lít á Harrans náði, alt jú hvílir í Guðs Faðirs hond. Hann, sum alt mítt ber í faðirbarmi, hvønn ein dag á fold mær senda vil partin mín av frøi og av harmi, sum eg júst man treingja til.

Hann mær nær vil allar dagar vera veita náði mær

til hvørja tíð, hvørja tunga stúran hann vil bera.

«Kraft og ráð», so eru orð hans blíð. Hann vil verja

hvørt eitt barn sítt kæra, metta sálir við sítt

náðiborð. »Sum tín dagur skal tín styrki vera«* -

so hans lyftiríku orð.

Hjálp mær tá at líta trygt við vissu bert á tíni lyfti,

Harri kær, so ei trúar djúpa frið eg missi, sum títt

orð bar mínum hjarta nær! Vil í lund mær stúran

taka ráðið, veit mær styrk av tíni faðirhond; bert

ein dag, eitt bil í senn eg fái, takkar stillan

eyðmjúk ond!

Boogie Woogie

Vit seta høgra arm fram, vit seta høgra arm aftur,

vit seta høgra arm fram, og so rista vit hann. Vit

rópa boogie woogie, og vit snara okkum runt, og

so dansa vit í ring …. HEY!!

Á, boogie-boogie-woogie, á, boogie-boogie-woogie, á, boogie-boogie-woogie og vit snara okkum runt. Vit seta høgra arm fram, Vit seta vinstra arm fram, Vit seta høgra fót fram, vit seta vinstra fót, Vit seta búkin fram, Vit seta rumpuna fram, Vit seta høvdið fram,

Sum eitt summar Orð: Eyðun á Lakjuni Lag: Eyðun á Lakjuni og Niclas Johannesen

Hugsar tú onkuntíð tankan hjá mær, at tú ert heppin, at mamma teg bar í hendan heim – her er fagurt og gott. - Hugurin leitar hátt Niðurlag: Sum eitt summar - sum ein glotti gjøgnum skýggj vil eg skína tað frægasta, eg kann. Á, eg vil lýsa, ynski hýsa tí allarbesta, eitt mannabarn nú kann. Hugsar tú nakrantíð tankan hjá mær, lukka tað er – eg kann gleðast við tær. Ja, tað er longsulin á míni leið, ljós mítt, tað kámast ei.

Page 22: Oyra sangir

21

Burtur á heiði Orð: Hans Andrias Djurhuus Lag: Veturin kom við kulda og kava 1.

Burtur á heiði, hvar fuglurin syngur, har vaksa brobber og har veksur lyngur, har er korki og javni. Har er tað, menninir torvið skera, og konufólkini tað burtur bera. Hevur tú verið har, navnið? Har veit eg eitt so lítið reiður; fýra ungar fuglurin eigur, teir eru naknir og smáir, djúpt í reiðrið teir bora seg niður; tá ið teir vaksa, pápi mín sigur, gerast teir brúnir og gráir. Burtur á heiði neytini ganga. - Har er ein tarvur, ið er vanur at stanga, hann er reyður og hvítur. Øll ræðast hann uttan pápi og Pætur, ið mangan hevur havt á honum fatur og eigur hundin, ið bítur. Og ein fittan putt, sum eg eigi, hann skal eg hava við burtur á heiði, líka sum menninir plaga; so torir tarvurin einki at gera. Vilt tú við mær í ferðini vera, navni mín, burtur í haga

Eg banki, eg buki Eg banki, eg buki, eg smíði ein bil. Eg sagi, eg negli, eg brúki mítt skil. Eg smyrji, eg máli í kátasta lag. Nú starti eg bilin, hann rýkur av stað.

Gakk tú tryggur fram við góðum

treysti Orð: H.A. Djurhuus 1915. Lag: Sl. 80 ella sum Sl. 310.

Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær. Harrin, hann er vinur tín hin besti, hansar eyga allar vandar sær. Hýs í hjarta tínum bert tí góða, gloym tað ónda, ið vil sára teg, tá so fagrir sangir skulu ljóða fyri tær á øllum tínum veg.

Mangt í heiminum er vánt at kenna, alt tað besta heldist fyri spott; minst tó til, at tá tey óndu flenna, skalt tú halda hjarta reint og gott. Teim, ið treingja, skalt tú vera góður, troysta tey, ið eru veik og arm. Harrin gevur hvíld, tá tú ert móður, tekur tær úr hjarta sorg og harm. Kemur tú framvið, har klokkur ringja, steðga tá og bið títt faðirvár, tað er bøn, ið styrkir og kann yngja, sløkkja sorg og grøða tyngstu sár. Um tú snávar, miss ei fótafestið, minst bert til, at Guð er altíð nær. Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær.

Jesus er besti vinur barnanna Jesus er besti vinur barnanna, Jesus er besti vinur barnanna. Altíð er hann hjá mær, aldri fer hann frá mær. Jesus er besti vinur barnanna

Gev mær olju á lampuna, Harri

Gev mær olju á lampuna, Harri, til eitt brennandi ljós meg ger! Gev mær olju á lampuna, Harri, inntil náttin myrka horvin er. :,: Syng hosianna, syng hosianna, syng hosianna til vár Gud og Kong! :,: