27
Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og samráðingarrættur Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um starvsfólkið í landsins tænastu, hjá sjúkrahúsverkinum og teknikarar, sum ikki eru tænastumenn ella nú verða lønt eftir øðrum lønarskipanum. Sáttmálin fevnir um tey størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk. 2. Í sáttmálaskeiðinum mugu ikki gerast aðrir lønarsáttmálar um tey arbeiðsøki, ið hesin sáttmáli umfatar, enn teir, ið longu eru, og teir, ið eru avtalaðir, og sum eru uppsettir í notati, ið partarnir hava undirskrivað í sambandi við henda sáttmála, uttan at semja fyrst er fingin um hetta millum Starvsmannafelagið og hin fakfelagsskapin, ið sáttmáli er ætlaður gjørdur við. Stk. 3. Viðvíkjandi samráðingarrættinum verður víst til løgtingslóg nr. 13 frá 20. mars 1958 um starvsmenn við møguligum seinri broytingum. Stk. 4. Er sáttmálin uppsagdur, og semja ikki kemur í lag partanna millum, ella annar parturin ber seg undan tingingum, hevur hvør av pørtunum rætt til at fáa tingingarnar framdar við uppílegging av semingsmanni. Semingsmaðurin verður uppnevndur av pørtunum í felag. Fæst ikki semja um val av semingsmanni, verður hann uppnevndur av sorinskrivaranum. Undir semingsroyndum binda partarnir seg til at ganga undir reglurnar í §§3 til 6 í lóg nr. 86 frá 31. mars 1928 "om mægling i arbejdsstridigheder" við seinni broytingum. Stk. 5. Ivaspurningar um tulking av sáttmálanum hava partarnir rætt til at viðgera í nevnd, og velur hvør av pørtunum 2 nevndarlimir. Nevndarlimirnir skulu ikki vera tænastu- ella starvsmenn hjá Føroya Landsstýri ella limir í Starvsmannafelagnum. Ei heldur mugu limirnir hava nakað tilknýti til partarnar. Kemur nevndin ikki ásamt (vanligur meiriluti), verður dómarin ella ein av honum nevndur persónur ástøðumaður. Skrivlig frágreiðing um ósemjuna verður at lata nevndini í seinasta lagi 8 dagar eftir, at hon er sett. Partarnir skulu velja sínar limir í nevndina í seinasta lagi ein mánað eftir, at annar parturin hevur boðað frá, at hann ynskir mál viðgjørt í nevndini. Kemur ástøðumaðurin uppí, eru reglurnar í rættargangslógini galdandi fyri málsviðgerðina. Notat í tilknýti til § 1, stk. 2, í sáttmálanum millum Føroya Landsstýri og Starvsmannafelagið frá 1. apríl 1981. Teir lønarsáttmálar, ið longu eisini eru um tey arbeiðsøki, ið nevndi sáttmáli umfatar, eru: 1. Sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Maskinmeistarfelag/Føroya Motorpassarafelag um maskinmeistarar/motorpassarar á skipum landsins og maskinmeistarar í landsins tænastu. 2. Sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag um skiparar og/ella stýrimenn á fiskirannsóknarskipum landsins. Teir lønarsáttmálar, ið eru avtalaðir eisini at kunna verða gjørdir um arbeiðsøki, ið nevndi sáttmáli umfatar, eru: 1. Sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag um skiparar og/ella stýrimenn við skipum landsins annars. 2. Sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Handverkarafelag um handverkarar, tó undantikið handverkarar á Telefonverkinum. Undantiknir eru eisini bileftirlitsmenn, sum nú eru settir sambært Starvsmannafelagssáttmálan. § 2 Arbeiðspláss og broytingar í arbeiðsgongd v.m. Stk. 1. Tá avgerandi broytingar verða gjørdar í arbeiðsgongdini ella umsitingini á einum stovni, skal starvsfólkið hava boð um hetta í góðari tíð fyri at fáa høvi til at vera við í tilrættaleggingini. Krevja tílík tiltøk eftirútbúgving, skulu starvsfólkini hava høvi til at fáa neyðuga eftirútbúgving, so tey kunnu røkja hesi arbeiði.

Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

  • Upload
    others

  • View
    5

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Sáttmáli um vanligar reglur

§ 1 Sáttmálaøki og samráðingarrættur

Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um starvsfólkið í landsins tænastu, hjá sjúkrahúsverkinum og teknikarar,

sum ikki eru tænastumenn ella nú verða lønt eftir øðrum lønarskipanum. Sáttmálin fevnir um tey

størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og

Starvsmannafelagið.

Stk. 2. Í sáttmálaskeiðinum mugu ikki gerast aðrir lønarsáttmálar um tey arbeiðsøki, ið hesin sáttmáli

umfatar, enn teir, ið longu eru, og teir, ið eru avtalaðir, og sum eru uppsettir í notati, ið partarnir hava

undirskrivað í sambandi við henda sáttmála, uttan at semja fyrst er fingin um hetta millum

Starvsmannafelagið og hin fakfelagsskapin, ið sáttmáli er ætlaður gjørdur við.

Stk. 3. Viðvíkjandi samráðingarrættinum verður víst til løgtingslóg nr. 13 frá 20. mars 1958 um

starvsmenn við møguligum seinri broytingum.

Stk. 4. Er sáttmálin uppsagdur, og semja ikki kemur í lag partanna millum, ella annar parturin ber seg

undan tingingum, hevur hvør av pørtunum rætt til at fáa tingingarnar framdar við uppílegging av

semingsmanni. Semingsmaðurin verður uppnevndur av pørtunum í felag. Fæst ikki semja um val av

semingsmanni, verður hann uppnevndur av sorinskrivaranum. Undir semingsroyndum binda partarnir

seg til at ganga undir reglurnar í §§3 til 6 í lóg nr. 86 frá 31. mars 1928 "om mægling i

arbejdsstridigheder" við seinni broytingum.

Stk. 5. Ivaspurningar um tulking av sáttmálanum hava partarnir rætt til at viðgera í nevnd, og velur

hvør av pørtunum 2 nevndarlimir. Nevndarlimirnir skulu ikki vera tænastu- ella starvsmenn hjá

Føroya Landsstýri ella limir í Starvsmannafelagnum. Ei heldur mugu limirnir hava nakað tilknýti til

partarnar. Kemur nevndin ikki ásamt (vanligur meiriluti), verður dómarin ella ein av honum nevndur

persónur ástøðumaður. Skrivlig frágreiðing um ósemjuna verður at lata nevndini í seinasta lagi 8

dagar eftir, at hon er sett. Partarnir skulu velja sínar limir í nevndina í seinasta lagi ein mánað eftir, at

annar parturin hevur boðað frá, at hann ynskir mál viðgjørt í nevndini. Kemur ástøðumaðurin uppí,

eru reglurnar í rættargangslógini galdandi fyri málsviðgerðina.

Notat í tilknýti til § 1, stk. 2, í sáttmálanum millum Føroya Landsstýri og Starvsmannafelagið frá 1.

apríl 1981.

Teir lønarsáttmálar, ið longu eisini eru um tey arbeiðsøki, ið nevndi sáttmáli umfatar, eru:

1. Sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Maskinmeistarfelag/Føroya Motorpassarafelag um

maskinmeistarar/motorpassarar á skipum landsins og maskinmeistarar í landsins tænastu.

2. Sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag um skiparar og/ella

stýrimenn á fiskirannsóknarskipum landsins.

Teir lønarsáttmálar, ið eru avtalaðir eisini at kunna verða gjørdir um arbeiðsøki, ið nevndi sáttmáli

umfatar, eru:

1. Sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag um skiparar og/ella

stýrimenn við skipum landsins annars.

2. Sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Handverkarafelag um handverkarar, tó undantikið

handverkarar á Telefonverkinum. Undantiknir eru eisini bileftirlitsmenn, sum nú eru settir sambært

Starvsmannafelagssáttmálan.

§ 2 Arbeiðspláss og broytingar í arbeiðsgongd v.m.

Stk. 1. Tá avgerandi broytingar verða gjørdar í arbeiðsgongdini ella umsitingini á einum stovni, skal

starvsfólkið hava boð um hetta í góðari tíð fyri at fáa høvi til at vera við í tilrættaleggingini. Krevja

tílík tiltøk eftirútbúgving, skulu starvsfólkini hava høvi til at fáa neyðuga eftirútbúgving, so tey kunnu

røkja hesi arbeiði.

Page 2: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Stk. 2. Álitisfólkið skal hava skipanarreglur (organisatiónsskipan/starvslýsingar) fyri viðkomandi

stovn, eins og álitisfólkini skulu takast við í ráðleggingina, tá broytingar verða gjørdar sbrt. stk. 1.

Stk. 3. Á øllum almennum stovnum verður sett ein samstarvsnevnd, har leiðsla, álitisfólk og

varaálitisfólk sita, sum skal hava innlit í øll viðurskifti, sum hava við stovnin og uppgávur hansara at

gera. Leiðslan søkir sær ráð hjá samstarvsnevndini, áðrenn avgerðir verða tiknar.

Protokollat til § 2 Arbeiðspláss og broytingar í arbeiðsgongd v.m.

1. Á hvørjum stovni ella arbeiðsplássi sær verður gjørd ein stovnsskipan (normering), sum ásetir,

hvussu nógv føst størv eru, og í hvørjum bólki hesi eru.

2. Øll størv uttan fyri stovnsskipanina eru leys størv, sum tó í allar mátar koma undir reglurnar í

sáttmálanum.

§ 3 Álitisfólk og nevndarlimir

Stk. 1. Tá tað á eini deild starvast í minsta lagi 3 limir í Starvsmannafelagnum, hava hesir limir rætt at

velja eitt álitisfólk. Álitisfólk og nevndarlimir kunnu ikki verða uppsøgd, uttan at uppsøgnin hevur

verið til viðgerðar millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Stk. 2. Til álitisfólk kann bert veljast tann, ið hevur fulltíðarstarv og hevur arbeitt á viðkomandi

deildini í minsta lagi í 1 ár, uttan so at tað av serligum umstøðum gerst neyðugt at víkja frá hesum.

Stk. 3. Lærlingar kunnu ikki veljast til álitisfólk.

Stk. 4. Valið hevur ikki gildi, fyrr enn tað er góðkent av Starvsmannafelagnum og boðað leiðsluni á

avvarðandi stovni. Henda fráboðan eigur at verða gjørd í seinasta lagi 14 dagar eftir valið.

Stk. 5. Álitisfólkið hevur skyldu at ansa eftir, at lógir, sáttmálar, fyriskipanir v.m., ið eru galdandi fyri

arbeiðsplássið sum heild, verða yvirhildin, og skal virka fyri best møguligum samarbeiði limanna og

leiðslunnar millum.

Stk. 6. Álitisfólkið hevur rætt og skyldu til at tingast við deildar- og stovnsleiðsluna um øll mál, sum

hava týdning fyri starvsfólkið og stovnin. Er álitisfólkið ikki nøgt við avgerð leiðslunnar, skal tað

leggja málið fyri felagið.

Stk. 7. Tá talan er um flyting ella uppsøgn av starvsfólki, skal leiðslan samráðast við álitisfólkið á

avvarðandi deild. Verða partarnir ikki samdir, skal álitisfólkið leggja málið fyri felagið.

Stk. 8. Tá talan er um setan av starvsfólki, skal álitisfólkið hava málið til ummælis, áðrenn endalig

støða verður tikin.

Stk. 9. Álitisfólkið skal í samráð við stovnin í arbeiðstíðini hava møguleika fyri at taka sær av málum,

ið viðvíkja starvsfeløgunum ella arbeiðsviðurskiftunum á staðnum, tó soleiðis, at tað stendst so lítið

tarn av hesum sum møguligt.

Stk. 10. Um starvsfólk er valt í nevnd felagsins, skal tí verða givin heimild at fremja felagsarbeiði í

vanligu arbeiðstíðini í givnum førum, t.d. undir sáttmálasliti, sáttmálasamráðingum og arbeiðsósemju.

Harumframt fáa nevndarlimir frí við løn 1 dag um mánaðin til felagsarbeiði.

Stk. 11. Tann, sum verður vald/ur til formann í felagnum hevur altíð rætt til at fáa farloyvi uttan løn,

og hevur stovnurin skyldu at hava starv til viðkomandi, tá formanstíðin er úti.

Stk. 12. Tá álitisfólk og starvsfólk søkja um at sleppa á álitisfólkaskeið, fer Fíggjarmálaráðið at

viðgera slíkar umsóknir við vælvild. Sama er galdandi fyri nevndarlimir í felagnum.

Page 3: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

§ 4 Setan

Stk. 1. Tá starv er leyst, verður hetta at lýsa á stovninum og í minst einum føroyskum blaði. Leiðslan

kann í einstøkum føri, í samráð við álitisfólkini loyva, at starv bert verður lýst innanhýsis, millum tey

starvsfólk, sum frammanundan eru í føstum starvi. Tilskilast skal, hvat starvið umfatar, hvør

útbúgving krevst, og hvørjum sáttmála og lønarflokki starvið verður lønt eftir. Sama er galdandi, tá

lýst verður eftir fyribilshjálp v.m. Er talan um nýtt starv, sum ikki higartil er flokkað, skal

Fíggjarmálaráðið samráðast við felagið um lønarflokk, áðrenn starvið verður lýst leyst, smbr. § 8 um

starvsmetingarnevnd í sáttmálanum um lønir og flokkingar av størvum.

Stk. 2. Tá starvið er sett, skal hann, ið starvið hevur fingið í seinasta lagi 14 dagar eftir setanina fáa

setanarbræv. Í setanarbrævinum skal standa:

1. navn og bústaður hjá setanarmyndugleikanum og tí setta,

2. nær setanin tekur við,

3. galdandi sáttmáli millum omanfyri nevndu partar at ganga eftir,

4. starvsheiti,

5. bólking,

6. eftirlønargjald

7. starvsaldur og næstu broytingar í starvsaldri,

8. uppsagnartíð frá arbeiðsgevara og tí setta,

9. arbeiðstíð,

10. frítíð við løn og frítíðarískoyti,

11. setanarøki

12. arbeiðstaður/staðir.

Stk. 3. Limagjald til Starvsmannafelagið kann verða frádrigið í lønarútgjaldingini.

Notat:

Tá stovnur hevur brúk fyri fyribilshjálp ella avloysara, herundir avloysara vegna barnsburð, kann

stovnurin, um hann ynskir tað, og skikkað arbeiðskraft er tøk hjá Arbeiðsávísingini, lata vera við at

lýsa fyribilsstarvið ella avloysarastarvið leyst, og kann í staðin seta skikkað starvsfólk, sum er tøkt hjá

Arbeiðsávísingini.

Slík setan skal í hvørjum einstøkum føri leggjast fyri álitisfólkið og Starvsmannafelagið til

góðkenningar, áðrenn hon fær gildi.

Verður starvið gjørt til fast starv, verður tað at lýsa leyst sambært § 4.

§ 5 Fyribilsstørv og avloysarar

Stk. 1. Sum fyribilsarbeiði er at skilja arbeiði, sum ikki varir longur enn í mesta lagi 5 mánaðir í

einum ári. Verður arbeitt meira, er talan um vanligt starv við vanligari uppsagnarfreist frá fyrsta

starvsdegi.

Stk. 2. Sum avloysari er at skilja starvsfólk, sum arbeiðir fyri annað navngivið starvsfólk, sum vegna

sjúku, barnsburð ella farloyvi ikki er í starvi. Er ikki tilskilað í setanarbrævi í sambandi við avloysing,

hvønn viðkomandi avloysir, er starvið at meta sum vanligt starv við vanligari uppsagnarfreist frá

fyrsta starvsdegi.

Stk. 3. Frávik frá hesum reglum kunnu bert góðtakast við góðkenning frá Starvsmannafelagnum.

Stk. 4. Fyribilshjálp og avloysarar fáa úrtíðarløn og eykasamsýningar eftir reglunum í §§ 36 og 42 í

sáttmálanum.

Page 4: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Stk. 5. Fyribilshjálp og avloysarar fáa eisini lønar- og tænastualdurskort samb. § 6, stk. 6.

§ 6 Uppsøgn

Stk. 1. Fyri tey, sum eru sett í starv eftir hesum sáttmála, og sum í meðal hava meira enn 15 tíma

arbeiðsviku, er uppsagnarfreistin - tá ikki onnur semja er - frá arbeiðsgevarans síðu henda:

1 mánaða uppsagnarfreist frá einum 1. í mánaðinum at rokna, tá viðkomandi hevur verið í starvi í 6

mánaðir.

3 mánaða uppsagnarfreist frá einum 1. í mánaðinum at rokna, tá viðkomandi hevur verið í starvi í

meira enn 6 mánaðir.

Uppsagnarfreistin verður hækkað við einum mánaði fyri hvørji 3 ár, viðkomandi hevur verið í starvi,

tó hægst 6 mánaðir.

Stk. 2. Tá starvsfólk sigur upp, er uppsagnarfreistin - um annað ikki er avtalað - 1 mánaður frá einum

1. í mánaðinum at rokna.

Stk. 3. Uppsøgn eftir hesum reglum skal vera skrivlig og latin inn ikki seinni enn hin síðsta í

mánaðinum frammanundan uppsagnartíðini.

Stk. 4. Starvmannafelagið skal hava boð um uppsøgn við nágreiniligari skrivligari grundgeving, og

verður uppsøgn ikki givin fyrrenn Starvsmannafelagið innan 2 vikur hevur ummælt uppsøgnina.

Stk. 5. Verður starvsfólk sagt at fara úr starvi, og er orsøkin eftir felagsins metan ógrundað, tá eiga

Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið at taka málið til samráðingar og avgerðar millum sín.

Stk. 6. Tá fólk fer úr starvi, fær tað frá viðkomandi stovni váttan um lønar- og tænastualdur við

fráfaring (Lønar- og tænastualdurkort).

Protokollat viðv. § 6 Uppsøgn.

Um so er, at starvsfólk eftir leiðslunnar meting ikki røkir tænastuskyldur sínar, eigur starvsfólkið í

fyrstu syftu at fáa eina munnliga ávaring. Tá ávaring verður kunngjørd, skal álitisfólkið á staðnum

vera hjástatt.

Eftir hesa munnligu ávaring hevur viðkomandi rætt til at fáa at vita orsøkina til ávaringina og fær frá

tí tíðarskeiði eina freist, áðrenn ein skrivlig ávaring kann verða givin viðkomandi og send felagnum

við nágreiniligari grundgeving.

Tá uppsøgn verður givin skal hon sendast viðkomandi skrivliga.

Reglan í hesum protokollati er ikki galdandi, um starvsfólk hevur framt grovt misbrot í tænastuni.

Áðrenn uppsøgn uttan umsókn verður givin, skal stovnurin senda felagnum fráboðan.

§ 7 Sjúka

Stk. 1. Verður starvsfólk orsakað av sjúku ikki ført fyri at røkja arbeiði sítt, verður hetta mett sum

lóglig orsøk til forfall, uttan so at viðkomandi, sum er í starvi eftir hesum sáttmála, av fyrisettum ráði

ella grovum ósketni hevur verið atvoldin til sjúkuna, ella, tá hann er settur í starvið, hevur dult

sjúkuna.

Stk. 2. Fráveru vegna sjúku verður starvsfólk eftir áheitan at vátta skrivliga og við læknaváttan, um

tað verður kravt. Varir sjúkan meira enn 2 vikur, kann tað verða kravt, at starvsfólkið útvegar gjøllari

upplýsing frá lækna um, hvussu drúgv sjúkan ætlandi verður. Slíka læknaváttan rindar arbeiðsgevarin.

Page 5: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Stk. 3. Starvsfólk kunnu fáa frí við løn, tá barn/børn teirra eru sjúk, tó hægst 2 dagar hvørja ferð og í

mesta lagi tilsamans 10 dagar árliga. Hava tey meira enn 2 børn undir 10 ár, kunnu tey fáa frí upp til

20 dagar.

Somu reglur eru galdandi fyri tímalønt starvsfólk, ið eru sett í starv eftir hesum sattmála. Sí fylgiskjal

2.

§ 8 Barnsferð

Stk. 1. Starvskvinna, ið er við barn, eigur at siga leiðsluni frá, 3 mánaðir áðrenn hon væntar seg at

eiga. Ger hon ikki tað, hevur stovnurin rætt til at siga henni upp frá tí degi, hon gerst óarbeiðsfør.

Stk. 2. Starvskvinnu verður veitt full løn fyri tíðina, frá tí hon gerst óarbeiðsfør, tó í mesta lagi 8 vikur

undan føðing, og tilsamans 24 vikur. Afturat hesum kann hon fáa frí uttan løn í 6 vikur. Starvskvinna

kann umframt eftir umsókn fáa frí uttan løn í 5 mánaðir uttan miss í lønaraldri. Í hesum sambandi

kann starvsmaður eisini eftir umsókn fáa frí uttan løn í 1 mánað uttan miss í lønaraldri.

Stk. 3. Umframt tær í stk. 2 nevndu sømdir kann starvskvinna fáa 6 mánaða sjúkrafrí í slíkum førum,

har hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í

starvinum. Undir slíkum umstøðum verður veitt starvskvinnuni full løn.

Stk. 4. Um starvskvinna ættleiðir barn, kann hon fáa upp til 24 vikur frí við løn. Í hesum sambandi

kann starvsmaður eisini eftir umsókn fáa frí uttan løn í 1 mánað uttan miss í lønaraldri.

Protokollat 1 viðv. § 8 Barnsferð

Starvskvinna kann ikki sigast upp við teirri grundgeving, at hon er við barn.

Protokollat 2 viðv. § 8 Barnsferð

Í sambandi við barnsburð ella ættleiðing má starvskvinna á ongan hátt verða fyri vanbýti í setanar-

og starvsviðurskiftum sínum.

§ 9 Eftirsitiløn

Stk. 1. Tá ið starvsfólk, ið er lønt eftir hesum sáttmála, doyr, meðan tað er í starvi, eigur eftirsitandi

hjúnafelagi/samlivandi ella børn undir 18 ár, sum tað hevur skyldu til at uppihalda, rætt til løn í mun

til uppsagnartíðina, minst 3 mánaðir, tó hægst 6 mánaðir.

Stk. 2. Eftirsitiløn er tann løn, viðkomandi hevði. Lønin í mánaðinum, tá starvsfólkið doyði, verður

ikki roknað uppí eftirsitilønina.

§ 10 Frítíðarreglur

Stk. 1. Starvsfólk við mánaðarløn, sum hava starv í landsins tænastu ella í aðrari almennari tænastu,

fáa hesa frítíð:

Stk. 2. Eru tey sett í starv samstundis við ella aftan á, at frítíðarárið byrjar, verður eingin frítíð givin.

Tó sleppa tey at halda ta frítíð, tey eiga á, móti at lata frá sær 1/30 av mánaðarlønini fyri hvønn dagin

av teirri frítíð, tey á henda hátt fáa.

Stk. 3. Starvsfólk, ið eru sett í starv seinni enn 12 mánaðir, áðrenn frítíðarárið er byrjað, eiga 2,5

frídag fyri hvønn mánað, tey hava verið í tænastu, áðrenn frítíðarárið byrjar. Hava starvsfólk, áðrenn

tey vórðu sett í starv, fingið frítíðarrætt í starvi hjá øðrum arbeiðsgevara, sleppa tey í samsvar við

reglurnar í stk. 2 at halda hesar frídagar saman við frítíðini, tey hava fingið í landsins tænastu.

Page 6: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Stk. 4. Starvsfólk, ið hava verið meira enn 12 mánaðir í starvi, áðrenn frítíðarárið byrjar, fáa frítíð við

løn í 30 yrkadagar.

Stk. 5. Harumframt eiga starvsfólk rætt til serstakt frítíðargjald svarandi til 1,5% av allari árslønini í

undanfarna innvinningarári og 12% av útgoldnari úrtíðarløn. Hetta gjald verður at gjalda í seinasta

lagi, tá viðkomandi byrjar frítíð sína. Nevnda 1,5% frítíðargjald verður ikki goldið, tá farið verður úr

starvi.

Stk. 6. Tá farið verður úr starvi, verður frítíðargjaldið 12% goldið fyri tann partin av frítíðarárinum,

sum viðkomandi starvsfólk ikki hevur hildið frí.

§ 11 Frítíðarskeiðið

Stk. 1. Innvinningarárið verður roknað frá 1. apríl til 31. mars. Frítíðin eigur í tann mun, tað er

gjørligt, at verða hildin í einum og í tíðini 2. mai til 30. september.

Stk. 2. Stovnurin ásetir, nær frítíðin skal vera. Stovnurin skal, so vítt arbeiðsumstøðurnar loyva tí,

ganga ynskjum starvsfólksins um, nær frítíðin hjá tí einstaka skal vera, á møti. Stovnurin skal í so

góðari tíð sum gjørligt siga starvsfólkunum frá hesum, tó í seinasta lagi 1 mánað, áðrenn frítíðin

byrjar, uttan so at serligar umstøður forða fyri hesum.

Stk. 3. Sjúkradagar í frítíð verða vanliga viðroknaðir sum frítíðardagar. Tó kunnu eftir umsókn í

serligum førum, har sjúkan forðar fyri nýtslu av frítíðini á rímiligan hátt, slíkir sjúkradagar koma

undir reglurnar fyri sjúku, og nýggir frítíðardagar verða tá givnir. Um starvsfólkið er óarbeiðsført, tá

frítíðin byrjar, verða tó altíð latnir eyka frítíðardagar. Somu reglur verða galdandi í samband við sjúku

undir avspáking.

§ 12 Farloyvi

Starvsfólki verður givin tænastufrí uttan løn, har tað ikki stríðir móti stovnsins áhugamálum.

Starvsfólk, sum fara í farloyvi í sambandi við útbúgving, ið tænir áhugamálum stovnsins kunnu eftir

umsókn, fáa fulla ella niðursetta løn við eftirlønargjaldi. Tænastufrítíðin kann vara upp til 2 ár hvørja

ferð, tó í mesta lagi 4 ár, og hevur viðkomandi stovnur skyldu til at hava starv til viðkomandi, tá

tænastufrítíðin er av. Tó skulu starvsfólk, ið hava starvast longur enn 5 ár, so vítt gjørligt altíð hava

rætt til minst 1 árs tænastufrí.

§ 13 Fyribils tænasta í hægri starvi

Starvsfólk, sum eftir serligum boðum ella eftir frammanundan fastløgdum arbeiðslagi við

Fíggjarmálaráðsins góðkenning fyribils røkja hægri starv í 1 viku samfelt ella meira, eiga í hesum

tíðarskeiði at verða lønt við somu løn, sum tey høvdu fingið, um tey vórðu sett í starvið, treytað av, at

tey yvirtaka tær arbeiðsgávur, ið standast av hægra starvinum.

§ 14 Eftirlønartrygging

Stovnurin rindar vegna starvsfólkið, til eina eftirlønarskipan, ið Fíggjarmálaráðið og

Starvsmannafelagið kunnu góðkenna, í eftirlønargjaldi:

frá 1. mars 2001 6,5%

frá 1. mars 2002 7,5 %

frá 1. mars 2003 8,0 %

Page 7: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

av tí til eina og hvørja tíð galdandi mánaðarløn eftir lønarskalanum, men ikki av serstøkum gjøldum

ella úrtíðargjøldum. (Víst verður til § 9 í sáttmálanum um lønir og flokking av størvum).

§ 15 Tænastuferðir og koyripeningur

Stk. 1. Dag- og tímapeningur undir tænastuferð og endurgjald fyri nýtslu av egnum bili í

tænastuørindum verður sum fyri tænastumenn landsins ella eftir serligari avtalu.

Stk. 2. Ferðing í arbeiðsørindum til og frá ikki vanligum arbeiðsstaði er at rokna sum arbeiðstíð,

sambært §§25 og 33. Henda skal tó í mest møguligan mun liggja í vanligari arbeiðstíð. Ferðing

millum kl. 22.00 og 08.00 verður ikki íroknað um starvsmaður fær ávíst og goldið seingjarpláss.

Stk. 3. Tá ið starvsfólk eru á tænastuferð í Føroyum, kann gisting á gistaringarhúsi verða endurrindað

móti rokning.

§ 16 Stovnsleiðarar

Stovnsleiðarar eru ikki umfataðir av verkfalli ella lock-out.

§ 17 Aðrar skipanartreytir

Stk. 1. Viðvíkjandi teimum starvsfólkum, ið lønt eru eftir hesum sáttmála, verður víst til løgtingslóg

nr. 13 frá 20. mars 1958 um rættarviðurskifti arbeiðsgevara og starvsmanna millum.

Stk. 2. Fyri lærlingar galda tó ásetingarnar í løgtingslóg nr. 94 frá 29.12.1998 um Yrkisútbúgvingar

ella løgtingslóg nr. 107 frá 29. 12.1998 um støðisútbúgving inna fyrisitingar-, handils- og

skrivstovuøkið.

Serreglur fyri ymiskar stovnar.

§ 18 Vaktar og Bjargingartænastan – Skip.

Stk. 1. Við vaktar- og bjargingarskip skal skiljast skip, ið burturav gera tænastu sum slík.

Stk. 2. Tá nýggj skip koma undir Vaktar- og Bjargingartænastuna skal samráðing vera millum

Fíggjarmálaráðið og felagið um lønar- og arbeiðsviðurskifti.

§ 19 Fiskirannsóknarskip

Stk. 1. Við fiskirannsóknarskip skal skiljast skip hjá landinum, sum er ætlað til at gera fiskirannsóknir

og royndarfiskiskap, í løtuni m/tr. "Magnus Heinason".

Stk. 2. Tá nýggj skip koma í rakstur sum rannsóknarskip, verða samráðingar millum Fíggjarmálaráðið

og Starvsmannafelagið um lønir og arbeiðsviðurskifti.

Strandfaraskip Landsins

Avtala viðvíkjandi arbeiðs- og sáttmálaviðurskiftunum á Strandfaraskipum Landsins

Partarnir eru samdir um, at ein arbeiðsbólkur skal setast við tí endamáli at útgreina øll arbeiðs- og

sáttmálaviðurskifti hjá siglandi fólkinum á Strandfaraskipum Landsins. Í arbeiðsbólkinum sita umboð

fyri leiðslu/Fíggjarmálaráðið og fyri álitisfólk/fakfeløg hjá teimum sum hava sáttmála fyri hesi størv.

Arbeiðsbólkurin skal verða liðugur við arbeiðið, í seinasta lagi tann 1. mars 2000.

§ 20 Flokkan skipanna

Page 8: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Stk. 1. Stødd skipanna verður lutað uppeftir bruttotonnagu, og verða tey flokkað soleiðis:

Bólkur I: "Smyril".

Bólkur II: "Dúgvan", "Teistin" og "Ternan".

Bólkur III: "Ternan I", "Ritan" og "Sam".

Bólkur IV: "Másin", "Barskor", "Sildberin" og "Súlan".

Stk. 2 Tá nýggj skip koma undir Strandferðsluna, skal samráðing vera millum Strandfaraskip

Landsins og Starvsmannafelagið um bólking av teimum.

§ 21 Lønar- og tænastualdurkort

Stk. 1. Tá fólk verða sett í starv hjá Standfaraskipum Landsins ella fara úr starvi, skulu tey fáa váttan

um lønar- og tænastualdur. Sama er galdandi fyri avloysarar.

Stk. 2. Hava fólk vunnið sær lønar- og tænastualdur innan Strandfaraskip Landsins, skulu tey verða

innplaserað eftir hesum. Avgerð um innplasering verður at taka aftan á samráðing millum

Strandfaraskip Landsins og Starvsmannafelagið.

Stk. 3. Manningarnar við skipum Strandferðslunnar skulu mynstra sambært ta til eina og hvørja tíð

galdandi løgtingslóg um manning av skipum.

§ 22 Avloysarar

Við avloysing skal tann avloysandi verða løntur í tí til starvið hoyrandi lønarflokki sambært egnan

lønar- og tænastualdur, vunnin innan Strandfaraskip Landsins. Sama er galdandi fyri

frítíðaravloysarar.

§ 23 Fyribils tænasta í hægri starvi

Starvsfólk, sum eftir serligum boðum ella eftir fastløgdum arbeiðslagi, fyribils røkja hægri starv í

minst 1 vakt, sambært § 30, stk. 1, eiga í hesum tíðarskeiði at verða lønt við somu løn, sum tey høvdu

fingið, um tey vórðu sett í starvið, treytað av at tey yvirtaka tær arbeiðsuppgávur, ið standast av hægra

starvinum.

§ 24 Skipanartreytir

Stk. 1. Fyri manningarnar á Strandfaraskipunum galda reglurnar í starvsmannalógini og

sjómannalógini.

Stk. 2. Tá skip eru til umvælingar, er tað skylda hjá skipara og 1. maskinmeistara (skipsmaskinstjóra)

at hava eftirlit við og/ella vera við í arbeiði umborð á hesum skipum, um hetta verður álagt teimum av

leiðsluni.

Stk. 3. Starvsfólkið hevur skyldu til at luttaka á teimum skeiðum, ið fyriskrivað verða av

Strandfaraskipum Landsins. Á slíkum skeiðum rindar Strandfaraskip Landsins luttakarunum løn eftir

tí tímatali, ið viðkomandi vanliga vildi verið í tænastu, tó í mesta lagi eftir tí tímatali, ið svarar til

normaldag í tí avspaseringsskipan, viðkomandi skip siglir undir. Um starvsfólk sjálvi vilja luttaka á

slíkum skeiðum í fríviku, verður hetta ikki roknað sum arbeiðstíð, tó kann avtala gerast í hvørjum

einstøkum føri, um Strandfaraskip Landsins skal gjalda skeiðkostnaðin.

Arbeiðstíð yvirtíð, vaktargjald o.a.

Page 9: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Arbeiðstíð

§ 25 Vanlig arbeiðstíð

Stk. 1. Vanliga arbeiðstíðin er 42 tímar um vikuna, íroknað 1 tíma mattíð um dagin. Arbeiðstíðin á

hvørjum einstøkum stovni verður at leggja í samráð millum Starvsmannafelagið og avvarðandi stovn

við góðkenning Fíggjarmálaráðsins, tó soleiðis, at leygardagur verður frídagur, har hetta letur seg

gera.

Stk. 2. Niðursett arbeiðstíð kann verða loyvd, har umstøður eru til tess. Lønin verður tá lækkað í mun

til tíðina við 1/42.

Stk. 3. Starvsfólk við niðursettari arbeiðstíð hava rætt til fylgjandi mattíð uttan frádrátt:

1) Er arbeiðstíðin undir 1/2 arbeiðsdag um dagin, verður eingin mattíð.

2) Er arbeiðstíðin 1/2 ella upp til 2/3 arbeiðstíð um dagin, verður mattíðin 1/2 tími.

3) Er arbeiðstíðin 2/3 arbeiðstíð ella omanfyri um dagin verður mattíðin 1 tími.

§ 26 Arbeiðstíðin í ÚF og SVF og skipan av vaktum.

Stk. 1. Arbeiðstíðirnar skulu, har tað er møguligt, vera samlaðar og mugu í ongum føri vera meira enn

í 2 pørtum. Ein sundurbýtt vakt má ikki strekkja seg yvir meira enn 12 tímar, uttan so at starvsfólkini

eru samd í hesum. Arbeiðstíðin má ein einstakan dag ikki vera meira enn 9 tímar, uttan so at

starvsfólkini eru samd í hesum.

Stk. 2. Tá vaktirnar verða lagdar, skal hetta í mest møguligan mun verða gjørt í tráð við ynski

starvsfólksins. Tí skal verða givið álitisfólkunum á staðnum høvi til at gera seg kend við innihaldið í

arbeiðsbýtinum og møguligar broytingar.

Stk. 3. Vaktarlisti ella broytingar í vaktarlista kann ikki setast í gildi, uttan at hetta er góðtikið av

starvsfólkunum (álitisfólkunum). Føra samráðingar ikki til semju, kunnu uppskot um vaktarlista

leggjast fyri felagið og stjóran til avgerðar

Stk. 4. Undir serligum umstøðum kann víkjast frá løgdum vaktarlista í stytri tíðarskeið.

§ 27 Arbeiðstíðin á Vaktar- og bjargingarskipunum

Vanliga arbeiðstíðin hjá manningunum á "Tjaldrinum, "Brimli" og Spógvanum" er tvær vikur á 84

tímar og síðani frí í tvær vikur.

§ 28 Arbeiðsviðurskifti á Fiskirannsóknarstovuni

Stk. 1. Skipið er til fiskirannsóknir og praktiskar fiskiroyndir 1/2 av árinum til hvønn veiðihátt.

Stk. 2. Meðan skipið er til fiskirannsóknir, fær manningin ein frídag í landi fyri hvønn dag umborð.

Stk. 3. Meðan skipið er til praktiskar fiskiroyndir, fær manningin 1 1/4 frídag í landi fyri hvørjar 2

dagar umborð, og harumframt 15% av søluvirðinum á fiskiveiðuni, aftan á at landingar-, sølu- og

konserveringsútreiðslur eru drignar frá.

Stk. 4. Vanliga arbeiðstíðin umborð er 12 tímar í meðal um samdøgrið.

§ 29 Arbeiðstíð á Strandfaraskipum Landsins

Page 10: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Stk. 1. Arbeiðstíðin er 42 tímar um vikuna. Í innanoyggjasigling skal henda helst liggja millum kl.

06.00 og 23.00.

Stk. 2. Arbeiðstíðin skal verða gjørd upp hvørja viku sær.

Stk. 3. Er normaltímatalið fyri ta avspaseringsskipan, ið viðkomandi skip siglir undir, ikki útfylt, skal

viðlíkahaldsarbeiði gerast, so tíðin verður útfylt.

Stk. 4. Verður siglt frídagarnar, skal arbeiðstíðin roknast við tí tímatali, ið skipið vildi verið í tænastu

undir vanligum umstøðum eftir ferðaætlanini, tó í mesta lagi við tí tímatali, ið svarar til ein normaldag

í tí avspaseringsskipan, viðkomandi skip í løtuni siglir undir. Verður ikki siglt slíkar dagar, verður

roknað á sama hátt, tó verður eingin úrtíð goldin.

Stk. 5. Yrkadagar, har eingin sigling er, hava manningarnar skyldu til at arbeiða umborð tað tímatal,

ið skipið vildi verið í tænastu eftir galdandi ferðaætlan.

Stk. 6. Fyriskrivaðar mattíðir verða, har vaktarskipan er, ikki roknaðar sum arbeiðstíð, tó í mesta lagi

1 tíma hvørja ferð og hægst 2 máltíðir um dagin.

Stk. 7.Verður arbeiðssteðgur, skal hann vara minst 2 tímar samanhangandi, áðrenn hann kann dragast

frá arbeiðstíðini.

Stk. 8. Arbeiðstíðin innan vanliga ferðaætlan yrkadagar má bert slítast hægst eina ferð um dagin.

Stk. 9. Um eykatúrar falla millum kl. 23.00 og 06.00 verður altíð úrtíð 2 goldin.

Stk. 10. Tá skip eru í uttanlandssigling ella í dokk uttanlands, skulu arbeiðstíð og møguligar viðbøtur

avtalast, áðrenn skipið fer úr Føroyum.

Stk. 11. Írestandi arbeiðstíð undir uppiløgu verður roknað sum avspasering forút, tó ikki, um skipið

liggur vegna illveður ella brek, og arbeitt verður umborð.

§ 30 Avspasering – Strandfaraskip Landsins.

Stk. 1. Avspaserað verður tíma fyri tíma og vanliga soleiðis:

1. Er arbeiðstíðin í eina viku 84 tímar, verður avspaserað aðru hvørja viku.

2. Er arbeiðstíðin í tvær vikur 126 tímar, verður avspaserað triðju hvørja viku.

3. Er arbeiðstíðin í tríggjar vikur 168 tímar, verður avspaserað fjórðu hvørja viku.

4. Er arbeiðstíðin í fýra vikur 210 tímar, verður avspaserað fimtu hvørja viku.

Fastir frídagar

§ 31 Fastir frídagar

Stk. 1. Jólaaftan, nýggjársaftan, páskaaftan, flaggdagur, hvítusunnuaftan, 1/2 grundlógardagur, 1/2

ólavsøkuaftan, ólavsøkudagur og allir halgidagar eru frídagar.

Stk. 2. Verður arbeitt í ásettu frítíð, verður goldið úrtíðargjald við hægstu viðbót sambært § 36 í

sáttmálanum fyri alla tíðina.

Stk. 3. Tímalønt starvsfólk, ið hava starvast í minsta lagi 3 mánaðir í undanfarna fíggjarári, og sum

kunnu roknast við at hava áhaldandi arbeiði ein stóran part av árinum, fáa 4% av allari lønini sum

samsýning fyri serstakar frí- og halgidagar. Hetta verður at útgjalda saman við lønini í tí mánaði, tá

páskahátíðin verður hildin.

Page 11: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Stk. 4, - Vaktar- og Bjargingartæanastan. Jólaaftan, jóladagur og 2. jóladagur eru fastir frídagar.

Manningarnar kunnu ikki bera seg undan, um álagt verður teimum at sigla nevndu dagar. Um siglt

verður, verður úrtíðarløn 2 latin fyri allar tímarnar sbrt. §37, stk. 1, í sáttmálanum.

Stk. 5 - Strandferðslan. Fastir frídagar eru sunnudagar, nýggjársdagur, skírisdagur, langi

fríggjadagur, 1. og 2. páskadagur, dýri biðidagur, Kristi himmalferðardagur, flaggdagur, 1. og 2.

hvítusunnudagur, 1/2 grundlógardagur, ólavsøkudagur, 1. og 2. jóladagur.

Stk. 6. Fyri sigling sunnu- og halgidagar verður veitt úrtíðargjald 2. Sama er galdandi fyri páskaaftan,

hvítusunnuaftan, ólavsøkuaftan, jólaaftan og nýggjársaftan, tá siglt verður aftan á kl. 14.00.

§ 32 Sáttmálafrídagar.

Starvsfólk hava rætt til 3 sáttmálafrídagar um árið, víst verður til reglugerð.

Úrtíð

§ 33 Úrtíð

Stk. 1. Úrtíðararbeiði eigur helst ikki at vera.

Stk. 2. Sagt eigur at verða frá fastløgdum úrtíðararbeiði dagin fyri. Um so er, at nakað starvsfólk ber

seg undan, um ikki er sagt frá dagin fyri, eigur hetta at verða tikið til eftirtektar.

Stk. 3. Um so er, at starvsfólkið, eftir at vanliga arbeiðstíðin er lokin, verður boðsent aftur til arbeiðis,

skal verða veitt úrtíðargjald fyri 1 tíma eyka.

Stk. 4. Starvsfólkið avger sjálvt, um tað vil hava úrtíðargjald ella tilsvarandi frítíð fyri úrtíðararbeiði

smb. §36, stk. 1 í lønarsáttmálanum.

Ber ikki til at halda frí, tá ið starvsfólk ynskir tað, skal avtalast, nær sparda frítíðin kann verða hildin í

staðin.

Har arbeitt verður eftir vaktarskipan, skal tann avtalaða frítíðin fyri úrtíðararbeiði viðmerkjast í

vaktarskipanini, áðrenn hon verður hildin.

Er úrtíðararbeiði ikki samsýnt við frítíð, tá ið 3 mánaðir eru loknir, frá tí at úrtíðararbeiðið er gjørt,

verður úrtíðarløn goldin í staðin, um so er, at starvsfólkið ikki ynskir aðra skipan.

Stk. 5. Fyri úrtíðararbeiði, ið fer út um 2 tímar, eiga starvsfólk rætt til 1/2 tíma mattíð uttan frádrátt.

Stk. 6. Starvsfólk við niðursettari arbeiðstíð fáa bert úrtíðargjald fyri álagt arbeiði aftan á vanligu

arbeiðstíðina hjá viðkomandi stovni.

§ 34 Úrtíð á Strandfaraskipum Landsins.

Stk. 1. Er ikki møguleiki fyri at avspasera, smbr. § 30, verður úrtíðargjald latið fyri ta tíð, sum fer út

um 42 tíma viku.

Stk. 2. Fyri sunnu- og halgidagssigling og teir føstu frídagarnar verður úrtíðargjald 2 latið. Úrtíð 2

kann undir ongum umstøðum mótroknast vanligu arbeiðstíðini.

Stk. 3. Hevur starvsfólk við úrtíðararbeiði upparbeitt frítíð, tá skal tað bera til, um starvsfólk sjálvt

ynskir tað, at fáa frítíð ígildis úrtíðarbeiði í mun til ásetingarnar í §§30 og 31, stk, 5 og 6 og § 39. Ber

ikki til at halda frí, tá ið starvsfólk ynskir tað, skal avtalast, nær uppsparda frítíðin kann verða hildin í

Page 12: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

staðin. Áðrenn løn verður goldin fyri uppsparda frítíð, skal semja vera millum stovnin og

Starvsmannafelagið.

§ 35. 15-tímareglan

Manningar á skipum Strandferðslunnar, sum eru í tænastu í meiri enn 15 tímar í einum samdøgri, fáa

úrtíð 2 fyri ta tíð, ið fer út um 15. tíman, uttan mun til ta í sáttmálanum ásettu arbeiðstíð. Undantøk frá

hesum reglum kunnu verða gjørd, tá avspasering fer fram aðru hvørja viku, tó ikki tá talan er um

eykatúrar. Avgerð um hesi undantøk verður í hvørjum einstøkum føri at taka av leiðslu stovnsins og

Starvsmannafelagnum í felag.

§ 36 Úrtíðarlønir

Stk. 1 Fyri álagt úrtíðararbeiði verður goldin úrtíðarløn afturat vanligu dagtímalønini soleiðis:

Fyri 1., 2. og 3. tíman verður goldið 50%.

Fyri 4. og fylgjandi yvirtímar og fyri leygardagar, sunnudagar og teir í §31 í sáttmálanum nevndu

frídagar verður goldið 100%.

Úrtíðargjaldið verður latið fyri hvønn byrjaðan hálvan tíma.

Stk. 2. Tímalønin verður roknað sum 1/2080 av tí fyri starvsfólkið galdandi ársløn.

Stk. 3. Lærlingar mugu vanliga ikki taka lut í úrtíðararbeiði. Taka teir undantaksvís lut í

úrtíðararbeiði, skulu teir lønast á 1. stigi í lønarflokkinum, teir koma í, tá teir eru útlærdir. Slíkt

úrtíðararbeiði hjá lærlingum má undir ongum umstøðum nerva skyldugu skúlagongdina.

stk. 4 Starvsfólk, sum eru lønt hægri enn í 6. lønarflokki, og sum fáa álagt úrtíðararbeiði, fáa

úrtíðarløn I.

Viðmerking til § 36.

Undir heilt serligum umstøðum, tá ið arbeitt verður út í eitt aftaná vanliga arbeiðstíð, verða reglurnar

um úrtíðarløn at galda fyri alla hesa tíðina, ið arbeitt verður. Aftaná 3. yvirtíma gerandisdagar

verður latin úrtíðarløn við hægstu viðbót fyri allar tímarnar, ið arbeitt verður. Áðrenn farið verður

undir at gjalda vanliga løn aftur, skulu treytirnar í § 42 í Løgtingslóg nr. 70 frá 11.05.2000 um

arbeiðsumhvørvi verða uppfyltar.

§ 37 Úrtíðarlønir hjá manningum á Vaktar- og bjargingartænastuni

Stk. 1. Manningarnar hava ikki rætt til úrtíðarløn, hvørki gerandisdagar ella sunnu- og halgidagar, tá

henda er viðroknað í føstu lønini. Verður ein boðsendur til arbeiðis í avspákingartíðini ella á føstu

frídøgunum, til dømis tá skipini eru til umvælingar og eftirlit, eins og skeiðvirksemi kemur fyri,

verður latin úrtíðarløn soleiðis:

Úrtíðarløn 1: 1/2080 av samlaðu árshýruni á 1. lønarstigi í 5. lønarflokki + 30% um tíman, verður

latin yrkadagar.

Úrtíðarløn 2: 1/2080 av samlaðu árshýruni á 1. lønarstigi í 5. lønarflokki + 40% um tíman, verður

latin sunnu- og halgidagar.

Stk. 2. Hevur starvsmaður upparbeitt úrtíð sambært stk. 1, skal tað vera viðkomandi loyvt, har

viðurskiftini loyva tí, at fáa hesa tíð útgoldna ella lagda aftrat árligu frítíðini. Tá skal henda avspáking

verða roknað ígildis úrtíðarlønini.

Page 13: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Stk. 3. Tá skip hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni eru seinkað orsakað av at sleip/bjarging strekkir

seg inn í avspákingartíðina hjá manningunum, fáa tær somu løn og avspáking sum fyri siglitíð eftir

vanligari vaktarskipan + 30% yrkadagar og 40% sunnu- og halgidagar, tó ikki minni enn fyri 12

tímars arbeiði. Stk. 3 er bert galdandi, um skipið er seinkað meira enn 3 tímar roknað frá vanliga

fyriskipaðari avloysing (manningarskifti).

Stk. 4. Fyri arbeiði í sambandi við sleip/bjarging av "deyðum" skipum uttan fyri havn verður goldin

samsýning, sum er 1/4160 av samlaðu árslønini í 5. lønarflokki á 1. stigi + 30% um tíman yrkadagar

og 1/4160 + 40% sunnu- og halgidagar.

Nevnda samsýning verður bæði goldin teimum, sum hava vakt, og teimum, sum áttu at verið á frívakt.

"Deyð skip" eru skip, haðani manningin er rýmd, ella sum av aðrari orsøk ikki hava manning umborð.

§ 38 Úrtíðarlønir hjá manningum Fiskirannsóknarstovunnar

Stk. 1. Manningin hevur ikki rætt til úrtíðarløn hvørki gerandis- ella sunnudagar, tá hetta er viðroknað

í føstu lønini.

Stk. 2. Úrtíðarløn I : 1/2080 av samlaðu árshýruni á 1. stig í 5. lønarflokki +30%.

Úrtíðarløn II: 1/2080 av samlaðu árshýruni á 1. stig í 5. lønarflokki + 40%.

Stk. 3. Verður manningin boðsend til arbeiðis í frítíð, t.d. tá skipið er til umvælingar og eftirlit ella

fyri manglandi avspáking, smbr. § 28, stk. 2 og 3, verður yrkadagar goldin úrtíðarløn 1, og sunnu- og

halgidagar úrtíðarløn 2.

Stk. 4. Úrtíðarløn 2 verður eisini goldin fyri arbeiði teir í § 31 nevndu føstu frídagar, men ikki

vanligar sunnudagar. Eina ferð um árið verður arbeiðsdagatalið talt saman og tilsvarandi frídagatalið.

Verður avlop, verður úrtíðarløn 1 goldin fyri 5/7 av avlopinum og úrtíðarløn 2 fyri 2/7 av avlopinum.

Stk. 5. Sum ikki vanligir sunnudagar eftir stk. 4 verða roknaðir 1. páskadagur, 1. hvítusunnudagur og

sunnudagar, tá hesir eru jólaaftan, 1. og 2. jóladagur, nýggjársaftan, nýggjársdagur, flaggdagur,

grundlógardagur, ólavsøkuaftan ella ólavsøkudagur.

§ 39 Úrtíðarlønir hjá manningum Strandferðslunnar

Manningunum í bólkunum I, II, III og IV verður veitt úrtíðarløn soleiðis:

gamal flokkur nýggj stig úrtíðarløn

lønarflokkur 8 stig 1 – 7 stig 4

lønarflokkur 9 stig 2 – 8 stig 4

lønarflokkur 11 stig 4 – 9 stig 4

lønarflokkur 12 stig 5 – 10 stig 5

lønarflokkur 13 stig 6 – 11 stig 6

lønarflokkur 14 stig 7 – 11 stig 7

lønarflokkur 17 stig 9 – 13 stig 9

lønarflokkur 18 stig 10 – 15 stig 9

Úrtíðin verður eftir hesum reglum:

Úrtíð I er 1/2080 av samlaðu árshýruni + 30%

Úrtíð II er 1/2080 av samlaðu árshýruni + 40%

Page 14: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Stk. 2. Verður nýggj lønarskipan ikki gjørd á Strandfaraskipum Landsins fyri 1. mars 2002, verður

eitt stig lagt afturat endalønini 1. mars 2002.

Eru starvsheiti dottin burtur ímillum, flokkar starvsmetingarnevndin tey.

Stk. 3. Skiparar, maskinstjórar og hovmeistarar í bólki I fáa í innanoyggjasigling eina viðbót upp á kr.

2.400,- um mánaðan afturat føstu lønini. Um broytingar verða gjørdar í ferðaætlanunum, sum

munandi broyta inntøkuna av úrtíðargjøldum hjá manningunum, skulu samráðingar vera millum

Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið um broytingar í omanfyri nevndu viðbót.

Skeið

§ 40 Samsýning fyri skeiðluttøku

Stk. 1. Fyri skeið, sum leiðslan áleggur starvsfólkunum at luttaka á, verður hvør einstakur skeiðdagur

roknaður sum 1 vanligur arbeiðsdagur, tó í mesta lagi 8,4 tímar (42 tíma vika). Um skeið liggur á

degi, har starvsfólkið longu hevur arbeitt tímanormin, verður skeiðtíðin tald við í skyldugu

arbeiðstíðina, tó við hægst 4 eykatímum útyvir dagtímanormin. Um skeið liggur í vikuskifti ella á

føstum frídegi samb. § 31 í sáttmálanum, verður latin tímasamsýning fyri ólagaligu tíðina samb. § 42 í

sáttmálanum.

Skeiðtíðin verður harumframt tald við í skyldugu arbeiðstíðina, tó við í mesta lagi 8,4 tímum pr.

skeiðdag (42 tíma vika).

Stk. 2. Fyri skeið, sum liggja uttan fyri vanligu arbeiðstíðina, og sum ikki eru áløgd, kann stovnurin

lata aðra frítíð tíma fyri tíma í staðin fyri tíðina, ið er nýtt til skeiðluttøku.

Stk. 3. Ferðing til skeið, sum liggja aðrastaðni enn vanliga arbeiðsstaðið (uttanbíggja og í

útlandinum), verður roknað í skeiðstíðina.

Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1-3 kunnu við avtalu millum starvsfólk og stovnin frávíkjast, men um tílík

avtala viðførir at stovnurin verður stillaður verri arbeiðsliga ella kostnaðarliga, skal hon góðkennast

av Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.

§ 41 Strandfaraskip Landsins

Starvsfólkið hevur skyldu til at luttaka á teimum skeiðum, ið fyriskrivað verða av Strandfaraskipum

Landsins. Á slíkum skeiðum rindar Strandfaraskip Landsins luttakarunum løn eftir tí tímatali, ið

viðkomandi vanliga vildi verið í tænastu, tó í mesta lagi eftir tí tímatali, ið svarar til normaldag í tí

avspaseringsskipan, viðkomandi skip siglir undir. Um starvsfólk sjálvi vilja luttaka á slíkum skeiðum í

fríviku, verður hetta ikki roknað sum arbeiðstíð, tó kann avtala gerast í hvørjum einstøkum føri, um

Strandfaraskip Landsins skal gjalda skeiðkostnaðin.

Vaktargjald

§ 42 Arbeiði skipað í vaktum

Stk.1. Fyri arbeiði millum kl. 17.00 og kl. 08.00 verður latið vaktargjald I (sí lønartalvur) um tíman.

Fyri arbeiði um vikuskifti verður latið vaktargjald II (sí lønartalvur)

Fyri arbeiði hesi tíðarskeið eiga starvsfólk frí 3 tímar fyri hvørjar 40 tímar, arbeitt verður.

Stk. 2. Fyri arbeiði, ið fer út um fastlagda vakt og fyri arbeiði í teimum í §31 í sáttmálanum við

vanligum reglum ásettu frídøgum verður latin úrtíðarløn eftir §36 í sáttmálanum.

Page 15: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Stk. 3. Fyri tilkallivakt vanligar dagar verður latið vaktargjald I (sí lønartalvur) um tíman. Fyri

tilkallivakt um vikuskifti og teir í §31 nevndu frídagar verður vaktargjald II (sí lønartalvur) latið.

Stk. 4. Fyri arbeiði undir tilkallivakt verður veitt úrtíðarløn sambært §36 í sáttmálanum.

Stk. 5. Ein sundurbýtt vakt má ikki strekkja seg yvir meira enn 12 tímar, uttan at starvsfólkini eru

samd í hesum. Um sundurbýtt vakt fer út um 12 tímar, verður goldið kr. 7,20 eyka um tíman.

Stk. 6. Nevndu vaktargjøld verða ikki veitt saman við úrtíðarløn.

Stk. 7. Fellur ein frídagur, smb. § 31 í sáttmálanum, á ein dag, sum er frídagur eftir vaktarlista, verður

annar frídagur latin í staðin. Hesin frídagur skal vera latin, áðrenn næsti heili mánaður er farin.

Stk. 8. Hesar reglur eru galdandi á øllum stovnum, har annað ikki er tilskilað.

§ 43 Vaktargjøld hjá starvsfólkunum í Sjúkrahúsverkinum

Stk. 1. Fyri arbeiði millum kl. 17.00 og 07.00 verður latið vaktargjald I (sí lønartalvur) um tíman.

Stk. 2. Fyri arbeiði millum kl. 17.00 fríggjadag og kl. 07.00 mánamorgun verður umframt tað í stk. 1

nevnda vaktargjald latið vaktargjald II (sí lønartalvur) um tíman.

Stk. 3. Fyri arbeiði í teimum í § 31 ásettu frídøgum verður latið úrtíðargjald við hægstu viðbót eftir §

36 í sáttmálanum.

Stk. 4. Starvsfólk hava rætt til 3 tíma frítíð fyri hvørjar 40 tímar í tænastuni, sum eftir góðkendari

arbeiðsskipan eru arbeiddir í kvøld og náttartænastu. Roknskapurin fyri hesa frítíð verður endaliga

uppgjørdur eina ferð árliga fyri tíðarskeiðið 1. oktober til 30 september. Um henda frítíð ikki er

afturbøtt við tilsvarandi frítíð áðrenn 1. apríl árið eftir, verður hon at samsýna við peningi sum úrtíð

við hægstu viðbót sambært § 36 í sáttmálanum.

Stk. 5. Nevnda frítíð verður tó ikki veitt, har úrtíðargjald verður veitt sambært § 36 í sáttmálanum.

Stk. 6. Við kvøld og náttararbeiði er at skilja, at meginparturin av arbeiðinum fer fram millum kl.

17.00 og 07.00.

Stk. 7. Fellur ein frídagur, smb. § 31 í sáttmálanum, á ein dag, sum er frídagur eftir vaktarlista, verður

annar frídagur latin í staðin. Hesin frídagur skal vera latin, áðrenn næsti heili mánaður er farin.

§ 44 Sjúka.

Uppískoyti til § 7 Sjúka.

Gjøldini jbr. § 43 stk. 1 og 2 og § 45, stk. 1 og 2 í sáttmálanum verða útgoldin undir sjúku sambært

einari fastlagdari arbeiðs/vaktarætlan uppá í minsta lagi 4 vikur.

§ 45 Tilkallivakt hjá starvsfólkum í Sjúkrahúsverkinum.

Stk.1. Tilkallivaktin er 126 tímar um vikuna. Fyri tilkallivakt verður latið vaktargjald I (sí lønartalvur)

um tíman. Fyri vikuskiftistilkallivakt verður latið vaktargjald II (sí lønartalvur) um tíman. Fyri hvørja

126 tíma tilkallivakt verður veittur 1 frídagur mótroknaður við 24 tímum á kr. 10.

Stk. 2. Fyri tilkallivakt á teimum í § 31 ásettu frídøgum verður latið vaktargjald II (sí lønartalvur) um

tíman. Fyri tilkallivakt halgi- og frídagar sambært § 31, sunnudagar undantiknir, verður veittur 1

frídagur uttan frádrátt av vaktargjaldinum.

Page 16: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Stk. 3. Fyri arbeiði undir tilkallivakt verður veitt úrtíðargjald sambært § 36 í sáttmálanum. Tó skal

verða loyvt at avspasera úrtíðina í mun til úrtíðargjaldið fyri arbeiði sunnu- og halgidagar.

Stk. 4. Vaktarviðbót og úrtíðargjald kunnu ikki latast fyri somu tímar.

Serlig gjøld o.a.

§ 46 Skipanartreytir – Vaktar- og Bjargingartænastan.

Stk. 1. Fyri sleip/bjarging av útlendskum skipum verður latið manningunum 20% av endurgjaldinum í

samsýning, sum verður býtt millum menninar í mun til føstu lønir teirra.

Stk. 2. Undir sáttmálaloysi kunnu manningarnar ikki bera seg undan at taka lut í bjargingartænastu,

jbr. tó notat dagfest 11. mai 1981.

Stk. 3. Fyri kaving, tó ikki venjing, verður goldið kavarum og hjálparmonnum teirra sambært teimum

av Tryggingarfelagið Føroyar góðkendu gjøldum fyri kaving.

§ 47 Kostpeningur hjá manningum Strandferðslunnar

Manningarnar eiga rætt til frían kost umborð, tá ið tær sigla. Eisini eiga tær frítt uppihald, um tær ikki

kunnu búgva umborð, tá ið skipið er heimanífrá, og tá ið ikki ber til hjá manningini at búgva heima,

meðan arbeitt verður umborð. Kann ikki matskaffast umborð, verður veittur dag- og tímapeningur fyri

4 tímar um dagin. Fyri sigling 75 tímar ella meira um vikuna 5 tímar um dagin. Ber ikki til at sova

umborð, skal Strandferðslan gjalda kost- og uppihaldspening.

§ 48 Fyri lakeringsarbeiði

Fyri lakeringsarbeiði verður latið eyka um tíman kr. 160,-.

§ 49 Teknikarar

Partarnir eru samdir um, at tá teknikari arbeiðir uttanfyri staðfestu arbeiðstíðina t.d. í samband við

uppmáting o.tl., kann hann eftir avtalu við leiðsluna á avvarðandi stovni arbeiða longur enn vanliga

ásetta tímatalið um dagin, móti at kunna avspáka tíðini tíma fyri tíma, tá arbeiðsumstøðurnar loyva

hesum.

Útskiftingarfundir og aðrir ásettir fundir uttanfyri vanligu arbeiðstíðina eru at rokna sum álagt

úrtíðararbeiði.

§ 50 Arbeiðsútbúnaður

Stk. 1. Tjaldurs Apotekið. Arbeiðsgevarin letur starvsfólkinum einar tuflur um árið.

Stk. 2. Fiskirannsóknarstovan. Arbeiðsgevarin letur manningini frí arbeiðsklæði eftir reglum, sum

Fiskirannsóknarstovan ásetir.

Stk. 3. Vaktar- & Bjargingartænastan. Arbeiðsgevarin letur manningunum fríar eyðkennisbúnar

eftir reglum, sum Vaktar- og Bjargingartænastan ásetir.

Stk. 4. Strandfaraskip Landsins. Arbeiðsgevarin letur manningunum fríar eyðkennisbúnar eftir

reglum, sum Strandferðslan ásetir.

Stk. 5. Teknikarar. Teir einstøku stovnarnir útvega øllum teknikarum, ið løntir eru eftir hesum

sáttmála, ta trygdarútgerð, ið er neyðug í yrkinum, og sum Arbeiðseftirlitið krevur.

Page 17: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Har umstøðurnar krevja tað, at serligur útbúnaður, t.d. serlig klæði við meira, verður brúktur í

tekniska yrkinum, syrgja avvarðandi stovnar fyri, at teknikari fær tann útbúnað, ið brúktur verður.

Hvat, ið verður kravt í hvørjum yrki, verður avtalað millum felagið og viðkomandi stovn, og skal

avtalan í hvørjum einstøkum føri góðkennast av Fíggjarmálaráðnum.

§ 51 Onnur viðurskifti

Arbeiðsviðurskifti, sum ikki eru greitt fastløgd í hesum sáttmála, verða at fastleggja við avtalu millum

starvsfólkið og stovnin. Allar slíkar avtalur skulu góðkennast av Fíggjarmálaráðnum og

Starvsmannafelagnum.

§ 52 Gildi sáttmálans

Báðir partar kunnu siga henda sáttmálan upp við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til 1. oktober 2003.

Í sambandi við at siga sáttmálan upp, kann annar parturin krevja, at samráðingarnar byrja innan ein

mánað eftir, at krøv eru send mótpartinum. Tó kann parturin í fyrsta lagi krevja at samráðingarnar

byrja um at endurnýggja sáttmálan 6 mánaðir áðrenn hann fer úr gildi.

§ 53 Sáttmálaviðurskifti.

Partarnir eru samdir um, at sáttmálin eigur at vera einfaldari og greiðari. Fyrsta stigi til hetta er tikið

við nýggju lønarskipanini.

Protokollat viðv. reglugerð fyri álitisfólk

Partarnir eru samdir um, at álitisfólk skulu hava rætt til at koma saman til felagsfund 2 ferðir um árið í

arbeiðstíðini.

Fíggjarmálaráðið setur á hvørjum ári í sáttmálaskeiðnum kr. 25.000 í grunn til fíggjan av

álitisfólkaskeiðum.

Tórshavn, tann 8. apríl 2001

Fíggjarmálaráðið: Starvsmannafelagið:

Karsten Hansen, sign. Gunnleivur Dalsgarð/ Anna

Johannesen, sign.

Thomas Magnussen, sign. Heini Joensen, sign.

John Kjær, sign.

Selma Ellingsgaard, sign.

Súni Selfoss, sign.

SÁTTMÁLI

um lønir og flokking av størvum

§ 1 Sáttmálaøki

Page 18: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Starvsfólk, sum koma undir sáttmálaøki Starvsmannafelagsins, verða lønt eftir lønarflokkunum

í § 2.

§ 2 Flokking

Størvini eru flokkað í lønarflokkunum I til VIII. Í fylgiskjali 1 um flokkingar eru ásettar

leiðreglur fyri, hvussu størvini verða flokkað.

§ 3 Lønaraldur

Stk. 1. Starvsfólkið er 1 ár á hvørjum stigi.

Stk. 2. Lønaraldurin er vanliga tað áramál, sum starvsfólkið hevur arbeitt innan viðkomandi

øki.

Lønaraldurin hjá faklærdum og útbúnum er vanliga tað áramál, sum starvsfólkið hevur verið í

arbeiði, ið er treytað av teirri útbúgving, tað hevur.

Stk. 3. Verður starvsfólk sett í starv í hægri bólki enn í starvinum frammanundan, fær tað við

setanina lønaraldur, ið svarar til, at viðkomandi verður løntur eftir nærmasta hægri lønarstigi í

nýggja lønarflokkinum. Lønaraldurin verður annars soleiðis, at starvsfólk, sum í fyrra

starvinum hevði komið á eitt lønarstig, sum er javnt við ella hægri enn tað, tað kemur á í nýggja

bólkinum fær longu frá hesum mundi nýggja aldursviðbót.

Stk. 4. Verður starvsfólk sett í starv í lægri bólki enn í starvinum frammanundan, verður

lønaraldurin í fyrra starvinum taldur við.

Stk. 5. Tá ið viðurskiftini tala fyri tí, kunnu partarnir gera avtalu um starvsaldur eftir øðrum

reglum.

§ 4 Tímaløn

Tímalønin verður roknað sum 1/2080 av árslønini.

§ 5 Næmingar

Stk. 1. Lærlingar verða 1., 2., 3. og 4. læruárið løntir við ávikavist 40, 50, 60 og 70% av

byrjunarlønini fyri útlærd. Er lærutíðin stytri enn 4 ár, verða seinastu lønarstigini nýtt, soleiðis

at seinasta heila læruár verður lønt eftir 4. lønarstigi (70%). Er lærutíðin longri enn 4 ár,

verður lønin eftir 4. læruár 80% av lønini fyri útlærd.

Stk. 2. Har lærlingur gongur á handilsskúla um dagin, verður givið honum frítt at fara í

arbeiðstíðini, uttan at tíðin verður frádrigin í løn hansara. Fer skúlagongdin fram frídagar ella

leygardagar, skal lærlingurin hava samsvarandi frítíð onkran av yrkadøgunum.

§ 6 Praktikantar

Stk. 1. Er partur av útbúgvingini skipaður sum praktikk, fær praktikanturin 80% av

byrjunarlønini hjá útlærdum.

Stk. 2. Tekniskir praktikantar verða løntir við 60 og 70% av byrjunarlønini hjá útlærdum.

§ 7 Viðbøtur

Page 19: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Fyri fast meirarbeiði kann verða veitt viðbót.

§ 8 Starvsmetingarnevnd

Í sáttmálaskeiðnum situr starvsmetingarnevnd, við tveimum umboðum fyri hvønn partin.

Uppgávan hjá nevndini er at útbyggja og eftirmeta lønarskipanina, viðgera øll flokkingarmál,

og teir trupulleikar, sum vísa seg at verða við at flyta yvir í nýggju skipanina. Eru stovnar, sum

í sáttmálaskeiðnum eru áhugaðir at fara undir staðbundnar royndarskipanir við nýggjum

lønarskipanum, fara partarnir við vælvild at virka fyri tí. Nevndin skal eisini virka fyri, at

útbúgvingarskipanir verða gjørdar fyri ávísar starvsbólkar. Tað verður gjørt í samráð við

stovnin.

§ 9 Lønir (sí fylgiskjal 1).

Stk. 1. Nýggja lønartalvan hevur gildi frá 1. mars 2001. Flutt verður yvir á tað stig í nýggja

flokkinum, sum er nærmasta krónutal.

Stk. 2. Frá 1. mars 2001 verða kr. 600,00 lagdar afturat hvørjum stigi.

Frá 1. mars 2002 verða kr. 500,00 lagdar afturat hvørjum stigi.

Frá 1. mars 2003 verða kr. 300,00 lagdar afturat hvørjum stigi.

Annars er galdandi tann regla, at eingin, sum nú er í starvi, kann fara niður í løn.

Stk.3. Mánaðarlønin skal vera goldin í seinasta lagi síðsta gerandisdagin í mánaðinum.

§ 10 Gildi sáttmálans

Hesin sáttmáli hevur gildi frá 1.3.2001 at rokna. Sáttmálin kann uppsigast av báðum pørtum

við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til 1.10. 2003.

Í sambandi við at siga sáttmálan upp, kann annar parturin krevja, at samráðingarnar byrja

innan ein mánað eftir, at krøv eru send mótpartinum. Tó kann parturin í fyrsta lagi krevja at

samráðingarnar byrja um at endurnýggja sáttmálan 6 mánaðir áðrenn hann fer úr gildi.

Tórshavn, tann 8. apríl 2001

Fíggjarmálaráðið: Starvsmannafelagið

Karsten Hansen, sign Gunnleivur Dalsgarð/ Anna

Johannesen, sign.

Thomas Magnussen, sign Heini Joensen, sig

John Kjær, sign.

Selma Ellingsgaard, sign.

Súni Selfoss, sign

Page 20: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Fylgiskjal um flokking o.a.

1. Endamál

Endamálið við nýggju lønarskipanini er at tryggja eina rættvísa løn fyri øll størv, sum sáttmálin

fatar um.

Lønarskipanin skal tryggja, at javnstøða er millum kynini, tá ið lønin verður ásett.

Tá ið størv verða flokkað, verður dentur lagdur á, at tað er greitt samband millum løn og

starvsinnihald, ábyrgd og hvar tey eru í bygnaðinum. Eisini skal verða tryggjað, at líknandi

størv verða flokkað á sama hátt, óansæð á hvørjum stovni tey eru.

2. Alment um flokkingarfyrilit

Tá ið størv verða flokkað, verður hugt at teimum førleikakrøvum, starvsfólkið skal lúka fyri at

kunna verða sett í starvið, og at arbeiðsinnihaldinum í starvinum. Viðmerkt skal verða, at tað er

neyðuga útbúgvingin fyri at røkja starvið, sum verður mett og ikki útbúgvingin, starvsfólkið

sjálvt hevur.

Størv verða ikki bara flokkað eftir útbúgving. Starvsinnihaldið hevur eisini týdning. Fyri so at

siga øll størv eru ávísir karmar, sum arbeitt verður innanfyri. Munur er tó á, hvussu stórt

rásarúmið er innanfyri settu karmarnar.

Tey fyrilit, ið vanliga verður hugt at, eru:

Hvar starvið er í bygnaðinum, eisini avgerðarheimildum

Lønini hjá nærmasta undir og yvirmanni

Vav og slag av arbeiðsleiðslu

Krøv til førleika, her uppi í útbúgving og royndir hjá tí, sum situr í starvinum

3. Útbúgvingarkrøv og arbeiðsroyndir

Størvini verða flokkað eftir, hvør útbúgving er neyðug fyri at kunna røkja starvið.

Flokkur I

Skúlagongd upp til 9. flokk.

Ongar arbeiðsroyndir verða kravdar.

Flokkur II

Skúlagongd miðnámskúli (student, HF, HH, HTX ella fiskivinnuskúla) ella yrkisútbúgving

Hevur starvsfólkið ikki útbúgvingina, verða kravd 5 ár í viðkomandi arbeiðsroyndum.

Flokkur III

Yrkisútbúgving ella miðnámsskúli umframt yvirbygnað millum hálvt og eitt ár, t.d. á

merkonomstigi

Page 21: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

2 – 3 ára arbeiðsroyndir

Flokkur IV

Yrkisútbúgving ella miðnámsskúli umframt yvirbygnað við meira enn enn einum ári og upp til

tvey ár.

3 – 5 ára arbeiðsroyndir

Flokkur V

2 –3 ára teoretisk útbúgving, aftaná miðnám- ella yrkisútbúgving.

Flokkur VI

3 ár ella longri teoretiska útbúgving, aftaná miðnáms- ella yrkisútbúgving (bachelor)

4. Starvsinnihald

Flokkur III

Sjálvstøðugt arbeiði.

Kann gera tilmæli um hvørjar avgerðir verða tiknar.

Sjálvstøðug saksviðgerð á einum øki, har treyt er servitan

Skikkað arbeiði, sum krevur viðkomandi útbúgving og royndir

Taka sær av fjølbroyttum saksøki

Flokkur IV og V

Fjøltáttað, sjálvstøðugt arbeiði.

Starvsfólkið tilmælir ella tekur avgerð um hvussu ein nýggjur trupulleiki verður loystur.

Samskipandi uppgávur.

Taka sær av sjálvstøðugum, skikkaðum arbeiði, har treyt er viðkomandi útbúgving og royndir.

Lítlar leiðsluuppgávur

Sjálvstøðug saksviðgerð á øki, har treyt er stór servitan

Flokkur VI

Sera fjøltáttað og sjálvstøðugt arbeiði.

Starvsfólkið tekur sjálvt avgerðir um nýggjar trupulleikar og/ella er við til at áseta ella broyta

yvirskipað endamál ella ráðleggingina á stovninum.

Deildarleiðari I

Serfrøðingur I – krevur arbeiðsroyndir, sum eru millum 3 og 5 ár.

Page 22: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Fjølmiðlafólk

Bachelorar

Flokkur VII

Deildarleiðari II

Serfrøðingur II – krevur arbeiðsroyndir, sum eru meiri enn 5 ár.

Stovnsleiðari I

Flokkur VIII

Stovnsleiðari II

Deildarleiðari III – leiðir tungar deildir við starvsfólki í bólki V og VI, t.e. m.o. fjølmiðlafólk og

sosialráðgevar.

5. Serfrøðingar

Tvey sløg av serfrøðingastørvum verða skipað: Serfrøðingur I og II. Tá ið serfrøðingastørv

verða skipað, eru formlig krøv um starvsaldur:

Fyri at verða útnevndur til serfrøðing I, skal starvsfólkið hava minst 3 ára starvsroyndir í

relevantum starvi ella samsvarandi eftirútbúgving/dupultútbúgving.

Fyri at verða útnevndur til serfrøðing II, skal starvsfólkið hava minst 5 ára starvsroyndir í

relevantum starvi ella samsvarandi eftirútbúgving/dupultútbúgving.

Umframt tey formligu krøvini, verður eisini kravt, at serfrøðingavitan er kravd fyri at røkja

starvið og at starvsfólkið hevur servitan á høgum fakligum stigi.

Sum dømi um tættir, sum dentur verður lagdur á, tá ið serfrøðingastørv verða flokkað, kunnu

verða nevnd:

Servitan á høgum fakligum stigi

Røkir serliga arbeiðsuppgávur á høgum førleikastigi

Ofta tvørgangandi uppgávur, t.d. leiðari fyri verkætlanum

Sjálvstøðuga fakliga leiðslu av einum ikki ótýðandi øki

Leiðsluligar uppgávur, m.a. ráðgeva leiðsluni og gera menningaruppgávur og frágreiðingar fyri

leiðsluna

Ofta er beinleiðis starvsfólkaleiðsla bara ein smávegis partur av arbeiðinum.

6. Deildarleiðarar

Viðurskifti, sum hava týdning, tá støða skal verða tikin til, um eitt starv er deildarleiðarastarv,

eru:

Innihaldið og ábyrgdarstigið í starvinum

Page 23: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Ábygdarøkið

Vavið og slagið av arbeiðsleiðslu

Líknandi størv

Er talan um at vera "yvir" øðrum starvsfólkum á sama avgerðarstigi, men ikki at hava

beinleiðis starvsfólkaleiðslu, verður starvið sum meginregla flokkað í einum flokki hægri.

T.d. verður laborantur flokkaður í lønarflokki IV og yvirlaboranturin í lønarflokki V.

Bókavørðar verða flokkaðir í lønarflokki VI og 1. bókavørðurin í lønarflokki VII. Teknikarar í

Útvarpi Føroya eru flokkaðir í lønarflokki V og vaktarleiðarin er flokkaður í lønarflokki VI.

Hevur deildarleiðarin beinleiðis starvsfólkaleiðslu av fólki á sama avgerðarstigi, kann tað bera í

sær, at deildarleiðarin verður flokkaður tveir lønarflokkar omanfyri. Fjølmiðlafólk eru t.d.

flokkað í lønarflokki VI og deildarleiðararnir eru flokkaðir í lønarflokki VIII.

7. Edv-leiðarastørv

Leiðarastørvini verða flokkað sum EDV-leiðari I og EDV-leiðari II.

EDV-leiðari I: Persónur, sum arbeiðir á EDV-økinum á størri stovnum við fjøltáttaðum,

broytiligum og tungum EDV-uppgávum við nógvum brúkarum og kunnu í dagligdegnum hava

dagliga leiðsluábyrgd av t.d. einum parti av uppgávunum á stovninum. Munurin millum EDV-

leiðara I og EDV-leiðara II er ein spurningur um yvirorðnaða leiðsluábyrgd.

EDV-leiðari II: Persónur, sum hevur yvirorðnaða leiðsluábyrgd á EDV-økinum og KT

yvirhøvur, sum er settur á størri stovnum við fjøltáttaðum, broytiligum og tungum EDV-

uppgávum við nógvum brúkarum. T.d. T&S, gjaldstovan, LV, Almannastovan,

Landssjúkrahúsið, Postverkið og SL. Við leiðsluábyrgd verður hugsað um t.d. fíggjarliga

ábyrgd, val og evning av EDV-strategi, -politikki, menning, rakstur og viðlíkahald av EDV-

skipanum og leiðslu av EDV-verkætlanum.

Størvini eru flokkað soleiðis:

Edv-leiðari I lønarflokkur VII + 2 stig,

stig 19 – 25

Edv-leiðari II lønarflokkur VIII + 2 stig,

stig 23 – 28.

Mánaðarliga reiðuviðbót fyri persónar ið ofta verða noyddir at arbeiða uttanfyri vanliga

arbeiðstíð.

EDV-leiðari I 2.750,-

EDV-leiðari II 3.000,-

Reiðuviðbótin dekkar 35 tímar ársfjórðingin.

Fyri drúgt álagt meirarbeiði verður eftir umsókn veitt yvirtíð.

Page 24: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Persónar uttan reiðuviðbót og meirarbeiðsskyldu fáa vanliga yvirtíð.

8. Yvirflyting

Galdandi starvsheiti verða flokkað soleiðis í nýggju flokkunum:

Bólkur I Bólkur II Bólkur III

Skrivstovuassistentur Assistentar Málsviðgeri

Røntgenfotografhjálparar Skrivari hjá

deildarleiðara

Skrivari hjá

stjóra/stjórn

Køkstænari Reingerðingsl. ass. Yvirassistentur

Vaskarítænarar Røntgenfotografar Skrivstovufólk

v/merkonomprógvi

Seymikonur Klinikkassistentar Bókbindari

Telefonvøkur (ófak) Bókasavnshjálparar

v/uppl

Kassameistari

Savnshjálparar (ófakl) Bókasavnsskrivari Bókhaldari

Krambafólk (ófakl) Telefonvøkur (fakl) Læknaskrivari

Gartnarahjálparar Savnshjálparar (fakl) Bileftirlitsmaður

Ísáðarar Sminkøsa/tekstari Eftirlitsmaður

(Arbeiðseftirlitið)

Hjálparfólk á

Royndarstøðini

Handverkarar Lastbilmekanikari

Krambafólk(fakl) Handverkarar (yvirass)

Gartnarar Húsavørðar

Fóðurmeistarar

(Royndarstøðin)

Bólkur IV Bólkur V Bólkur VI

Journalleiðari Sosialráðgevar Fjølmiðlafólk

Skrivstovufulltrúi Millumteknikarar Bókavørðar

Reingerðingsleiðari Programteknikarar MTM

Akademiøkonomur Biologassistentar Metingarmenn (Húsal)

Umsitingarleiðari Medikoteknikari Framleiðari

(produsari)

Goymsluleiðari (á SL) Roknskaparleiðarar Vaktarleiðari -

teknikari

Savnsteknikari Goymsluleiðari Røktarleiðarar

Deildarleiðari á bygd

(Rúsan)

Pantifútar HA/HD

Laborantur v/2 ára

útbúgving

Grannskoðarar á GL

Verkstaðsleiðari

Deildarleiðari I

Serfrøðingur I

Bólkur VII Bólkur VIII

1. bókavørður Deildarleiðarar í SVF

Page 25: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

og ÚF

Deildarleiðari II Deildarleiðari III

Serfrøðingur II Serfrøðingur III

Broytingar á Vaktar- og Bjargingartænastuni

Dekkarin verður flokkaður í lønarflokki IV, bátsmaðurin fær eitt lønarstig eyka og kokkurin

verður flokkaður í lønarflokki V.

Broytingar á Fiskirannsóknarstovuni

Dekkarin verður flokkaður í lønarflokki III og kokkurin verður flokkaður í lønarflokki IV.

Broytingar á Strandfaraskipum Landsins

gamal flokkur nýggj stig úrtíðarløn

lønarflokkur 8 stig 1 – 7 stig 4

lønarflokkur 9 stig 2 – 8 stig 4

lønarflokkur 11 stig 4 – 9 stig 4

lønarflokkur 12 stig 5 – 10 stig 5

lønarflokkur 13 stig 6 – 11 stig 6

lønarflokkur 14 stig 7 – 11 stig 7

lønarflokkur 17 stig 9 – 13 stig 9

lønarflokkur 18 stig 10 – 15 stig 9

Úrtíðin verður eftir galdandi reglum.

Verður nýggj lønarskipan ikki gjørd á Strandfaraskipum Landsins fyri 1. mars 2002, verður

eitt stig lagt afturat endalønini 1. mars 2002.

Eru starvsheiti dottin burtur ímillum, flokkar starvsmetingarnevndin tey.

Úrtíð

Starvsfólk, sum eru lønt í lønarflokkunum I – VI, fáa fyri drúgt álagt úrtíðararbeiði úrtíð 1 og

úrtíð 2 eftir galdandi reglum.

Starvsfólk, sum eru lønt í lønarflokki VI, og sum hava nógva álagda úrtíð, kunnu í staðin fáa

reiðiviðbót. Viðbótin verður givin fyri 35 tímar um ársfjórðingin. Fyri drúgt álagt

úrtíðararbeiði, sum er meiri enn 35 tímar um ársfjórðingin, verður veitt úrtíð eftir umsókn.

Starvsfólk, sum eru lønt í lønarflokki VII og hægri, og sum fáa álagt úrtíðararbeiði, fáa

úrtíðarløn 1.

Manningarnar á Vaktar- og Bjargingartænastuni og Fiskirannsóknarstovuni fáa úrtíð eftir

galdandi reglum. Hon verður roknað eftir stigi 12.

upp

Avtala um tiltøk, ið kunnu stuðla undir ein virknan starvsfólkapolitikk á landsins stovnum.

1. Inngangur

Page 26: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

Tað er týdningarmikið, at starvsfólkið hevur møguleikar fyri persónligari menning, og neyðugt

er samstundis at taka atlit at sambandi millum arbeiðslív og onnur lívsviðurskifti. Partarnir eru

tí samdir um at styrkja teir møguleikar, ið stovnarnir hava, tá ið teir evna sín

starvsfólkapolitikk á hesum økjum:

Førleikamenning

Tiltøk, sum kunnu stuðla undir eldrapolitikk á landsins stovnum

Tiltøk, sum kunnu stuðla undir familjupolitikk á landsins stovnum

Javnstøða

Harafturat eiga rættindi hjá starvsfólkum at verða vird, verður virksemi hjá landinum lagt til

onnur at reka.

2. Førleikamenning

Leiðslur og starvsfólk eru týdningarmesta tilfeingið hjá landsins stovnum. Tað er tað arbeið,

sum tey í landsins tænastu inna, sum ger av, um úrslitini verða góð. Framhaldandi at menna

starvsfólkini er tí umráðandi fyritreyt fyri, at landsis stovnar mennast.

Partarnir eru tí samdir um, at:

miðvís og dagførd eftir- og víðariútbúgving av starvsfólkinum er ein fyritreyt fyri

virkisfýsnum almennum stovnum við høgum tænastustigi.

hvør stovnur sær skal virka fyri, at starvsfólkinum stendur í boði at kunna menna sín

førleika bæði gjøgnum sítt dagliga yrki og við eftir- og víðariútbúgving. Til tess at røkka

hesum endamáli, eigur hvør stovnur at seta sær miðvís menningarmál.

endamálið við hesi avtalu er at geva starvsfólkinum umstøður at menna seg sjálvt og

síðani møguleikar, at átaka sær virknari leiklut at mynda virki stovnsins. Harumframt

ber til hjá leiðsluni at menna almenna tænastuførleikan.

starvsfólk og leiðsla hava í felag ábyrgdina av førleikamenningini. Uppgávan hjá

stovninum er at bera so í bandi, at starvsfólkini altíð eru skikkað til uppgávuna.

Sáttmálapartarnir seta ein arbeiðsbólk, sum í sáttmálaskeiðnum skal tilevna eina

vegleiðing um eina skipaða útbúgvingarætlan til starvsfólk á landsins stovnunum.

3. Tiltøk, sum kunnu stuðla undir eldrapolitikk á landsins stovnum

Fyri at varðveita eldri starvsfólk og fakligu vitan teirra á arbeiðsmarknaðinum, eru partarnir

samdir um, at sum liður í eldrapolitikkinum á einstaka stovninum eigur at bera til at gera

skipanir til starvsfólk, sum eru 60 ár og eldri – um so er, at tey sjálvi vilja tað, og umstøðurnar á

arbeiðsplássinum annars eru til tess – at leggja síni eldru ár á arbeiðsmarknaðinum soleiðis til

rættis, at tey fáa eina liðiliga tillagingarskipan, áðrenn tey fara úr starvi.

Tá ið stovnar evna sín eldrapolitikk, kunnu teir sum part í hesum gera sjálvbodnar skipanir, í

hesum karmi:

Niðursett tíð

Hesar treytir skulu verða loknar, so at starvsfólk skal kunna koma undir skipanina:

a) vera fylt 60 ár

Page 27: Sáttmáli um vanligar reglur § 1 Sáttmálaøki og ... · størv, sum flokkað eru sambært §2 í lønarsáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Stk

b) hava starvast hjá landinum seinastu 10 árini

c) arbeiðstíðin skal vera minst 20 tímar um vikuna, eftir tað, at hon er niðursett

Starvsfólk kann fara uppí ¼ niður í starvstíð við lutfalsliga at fara niður í løn.

Stovnurin kann í hesum tíðarskeiðinum gjalda eftirlønargjaldið, sum um starvstíðin var ikki

sett niður.

Lægri starv

Stovnur kann eftir umsókn játta starvsfólki, ið hevur fylt 55 ár, at fara í annað lægri starv, um

so er, at starvsfólkið seinastu 10 árini hevur starvast fulla tíð hjá landinum í einum starvi við

leiðsluábyrgd ella í øðrum serliga krevjandi starvi.

Lønin verður tá samsvarandi lægra starvinum, men starvsfólkið fær framvegis heilt ella lutvíst

eftirlønargjaldið í hægra starvinum, fyri eitt tíðarskeið, sum í mesta lagi má vera 7 ár.

Stovnurin kann veita eitt ikki eftirlønargevandi ískoyti, sum í mesta lagi kann vera munurin

millum lønina í lægra flokkinum og lønina í hægra flokkinum. Ískoytið kann í mesta lagi verða

veitt í 3 ár.

4. Tiltøk, sum kunnu stuðla undir familjupolitikk á landsins stovnum

Tá ið lagt verður til rættis, eiga bæði starvsfólk og leiðsla at vísa lagaligheit og smidleika, fyri at

betri samanhangur kann verða millum familjulív og arbeiðslív.

Í teimum førum, tá ið børn verða innløgd á sjúkrahús, og lækni sigur tað vera neyðugt, at annað

av foreldrunum verður innlagt við, kann starvsfólkið, loyva arbeiðsumstøðurnar tí, brúka

dagarar, ið starvsfólkið eigur til frí við løn, tá ið barn/børn teirra eru sjúk, samanhangandi

longur enn 2 dagar.

5. Javnstøða

Lønarskipanin eigur at verða so mikið greið, at hon gevur betri trygd fyri, at javnstøða er

millum kynini, tá ið lønin verður ásett.

6. Umleggja alment virksemi

Um so er, at virksemi hjá landinum verður yvirtikið av øðrum at reka, eiga tær avtalur,

rættindi og skyldur, landið hevur mótvegis starvsfólkunum, tá ið umskipanin fer fram,

óskerdar at verða førdar yvir á tann, sum yvirtekur virksemið.