29
P/F-skrás.nr. 2964 P/F FØROYA LÍVSTRYGGING P/F-skrás.nr. 2964 ÁRSROKNSKAPUR OG KONSERNROKNSKAPUR 2007

ÁRSROKNSKAPUR OG KONSERNROKNSKAPUR 2007 - … fileKitty May Ellefsen Jógvan Mørkøre Gunnleivur Dalsgarð Stjórn ... tryggingargjøldunum vóru góð 25 % inngoldin til ratu- og

  • Upload
    lehuong

  • View
    220

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

P/F-skrás.nr. 2964

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING

P/F-skrás.nr. 2964

ÁRSROKNSKAPUR OG KONSERNROKNSKAPUR

2007

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING –Ársroknskapur 2007 Síða 1 av 28

INNIHALDSYVIRLIT

Síða

Upplýsingar um felagið .................................................................................................................................. 2

Ársfrágreiðing ........................................................................................................................................... 3 - 9

Roknskaparátekning ..................................................................................................................................... 10

Átekning frá óheftum grannskoðarum .................................................................................................... 11-12

Nýttur roknskaparháttur ........................................................................................................................... 13 - 17

Rakstrarroknskapur 2007 ...................................................................................................................... 18 - 19

Fíggjarstøða pr. 31. desember 2007 ...................................................................................................... 20 - 21

Notur ...................................................................................................................................................... 22 -27

Fimm ára yvirlit ............................................................................................................................................ 28

Lyklatøl ......................................................................................................................................................... 28

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 2 av 28

UPPLÝSINGAR UM FELAGIÐ Felagið Navn: P/F Føroya Lívstrygging Bústaður: Kopargøta 1, FO-100 Tórshavn Skattakommuna: 100 Tórshavn Stovningardagur: 1. januar 2000 Nevnd Poul Hansen, formaður Súsanna Ewaldsdóttir Sørensen, næstformaður Kitty May Ellefsen Jógvan Mørkøre Gunnleivur Dalsgarð Stjórn Tummas Theodorsson Eliasen Fyristøðufólk Gunnvør Dam Jensen, tekniskur leiðari Poul Christoffur Thomassen, fyrisitingarleiðari Eyðna Justinussen, fíggjar- og roknskaparleiðari Aktuarur Poul Christoffur Thomassen, cand.act., góðkendur aktuarur Tryggingarlækni Høgni Debes Joensen, landslækni Grannskoðarar P/F Grannskoðaravirkið INPACT, statsaut. revisorar Rasmussen & Weihe statsaut. grannskoðarafelag P/F Ársroknskapurin 2007 er góðkendur á felagsins ársaðalfundi, hin 2. apríl 2008. ______________ fundarstjóri

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 3 av 28

ÁRSFRÁGREIÐING 2007

Rakstrarúrslitið hjá Føroya Lívstrygging áðrenn bonusútjavning og eginpeningsavkast er 47,8 mió. kr. í mun

til eitt hall upp á 47,6 mió. kr. árið frammanundan. Í árinum vóru 42,1 mió. kr. lagdar í

bonusútjavningargrunnin, og 36,3 mió. kr. vóru tillutaðar sum kundaogn. Fluttar til bonus eru 78,4 mió. kr.

Rakstrarúrslitið upp á 5,0 mió. kr. verður flutt til eginognina, soleiðis at eginognin verður rentað við 6,2%

áðrenn skatt. Við árslok var eginognin 95,5 mió. kr. Rentan, ið tryggingartakarin hevur fingið tilskrivað

seinastu árini, hevur verið 4,5%. Rentan, ið tryggingartakarin fær tilskrivað í 2008 er sett til 5,0%.

Høvuðstøl fyri rakstur Móðurfelag Konsern DKK t 2007 2006 2007 2006 Tryggingargjøld 288.224 255.933 288.224 255.933 Úrslit av endurtrygging -6.863 -10.839 -6.863 -10.839 Inntøkur av íløguaktivum netto 125.895 32.312 125.895 32.312 Tryggingarveitingar -97.069 -90.895 -97.069 -90.895 Tryggingartekniskar avsetingar -202.899 -185.281 -202.899 -185.281 Rakstrarútreiðslur -22.268 -20.309 -22.268 -20.309 Skattur og avgjøld -1.590 -824 -1.400 -824 Rakstrarúrslit áðrenn bonusútjavning og eginpeningsavkast 47.753 -47.595 29.340 -47.595 Rakstrarúrslit áðrenn bonusútjavning, kundaogn og eginpeningsavkast 84.043 -19.903 62.229 -19.903 Flutt til bonus tilsamans 78.430 23.800 78.430 23.800 Flutt til eginogn 4.998 3.897 5.188 3.897

Tryggingargjøld

Í 2007 vóru tryggingargjøldini 288,2 mió. kr. Hetta er ein øking upp á 32,3 mió. kr. í mun til 2006, tá

tryggingargjøldini vóru 255,9 mió. kr. Í prosentum svarar hendan øking til 12,6, og tað er nakað minni enn

árini frammanundan. Seinastu 10 árini eru tryggingargjøldini økt við 16,7% um árið í miðal.

Av tryggingargjøldunum í 2007 vóru sløk 57% inngoldin til kapitaltryggingar. Tað er nakað meira enn í fjør,

og gongdin seinastu árini hevur verið, at lutfalsliga meira verður inngoldið til kapitaltryggingar. Av

tryggingargjøldunum vóru góð 25 % inngoldin til ratu- og rentutryggingar, meðan sløk 18 % vóru inngoldin

til samlagstryggingar.

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 4 av 28

Við árslok 2007 vóru tilsamans 20.649 persónar tryggjaðir hjá Føroya Lívstrygging. Tað eru gott 800

persónar fleiri enn við árslok 2006, tá ið 19.845 persónar vóru tryggjaðir. 6.223 av teim tryggjaðu við árslok

2007 vóru bert skrásett sum limir í eini samlagstrygging, og 14.426 persónar høvdu eina

eftirlønar/lívstrygging. Tað eru 831 persónar fleiri enn við árslok 2006. Miðaltryggingargjaldið fyri virknar

tryggingar í 2007 var 25.051 kr.

Endurtrygging

Endurtryggingargjøld netto vóru nakað minni í 2007 enn í 2006, men endurtryggingarans partur av

tryggingarveitingunum við deyða og hættisligari sjúku er øktur úr 2,4 mió. kr. í 2006 til 5,2 mió. kr. í 2007.

Úrslitið av endurtrygging tilsamans var í farna ári ein nettoútreiðsla upp á 6,9 mió. kr. mótvegis 10,8 mió. kr.

í 2006. Talan hevur verið um eina góða skaðagongd í farna ári, men eisini yvir eitt longri áramál hevur

skaðagongdin verið góð. Av teirri orsøk fáa tryggingartakararnir ein avsláttur upp á 25% av

váðatryggingargjaldinum við óarbeiðsføri og 30 % av váðatryggingargjaldinum við deyða.

Tryggingarveitingar

Í mun til 2006 øktust tryggingarveitingarnar í farna ári við 6,8% og eru nú 97,1 mió. kr. Útgoldnar veitingar í

sambandi við deyða vóru minni í 2007 enn í 2006, men harafturímóti eru veitingarnar í sambandi við

hættisliga sjúku nærum tvífaldaðar og eru nú 3,5 mió. kr. Útgjaldið fyri virknar tryggingar í 2007 var 21,2

mió. kr., og tað er á leið tað sama sum í 2006. Afturkeyp av tryggingum øktist í mun til 2006 úr 5,7 mió. kr.

til 10,1 mió. kr.

Viðvíkjandi samlagstryggingum verður bonus tilroknað í mun til, hvussu skaðagongdin hevur verið í árinum.

Bonus á samlagstrygging var 20,9 mió. kr. í 2007, og tað er ein øking upp á 2,2 mió.kr. í mun til árið

frammanundan.

Rakstrarútreiðslur

Rakstrarútreiðslurnar av tryggingarvirkseminum vóru í árinum 22,3 mió. kr., sum er ein øking upp á slakar

2,0 mió. kr. í mun til 2006. Vøksturin stavar serliga frá øktum útreiðslum til lønir, eftirlønir og ómaksløn,

men eisini frá øking í fyrisitingarútreiðslum. Í 2007 var talið á starvsfólkum, umroknað til fulla tíð 28 í tali.

Síðan 2000 eru rakstrarútreiðslurnar av tryggingarvirksemi øktar við 5% um árið í miðal, men vøksturin í

tryggingargjøldunum hevur í sama tíðarskeiði verið 14% um árið í miðal og tí kann Føroya Lívstrygging

aftur lækka umsitingargjaldið.

Fíggjarvirksemi 2007

Í árinum vóru fíggjarinntøkurnar hjá móðurfelagnum 135,4 mió. kr. í mun til 39,8 mió. kr. í 2006. Í miðal

svarar hetta til eitt avkast upp á 6,1% eftir rentuavdekking. Samanborið við avkastið hjá donskum tryggingar-

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 5 av 28

og eftirlønarfeløgum er tað eitt rættiliga gott avkast. Áðrenn rentuavdekking var avkastið 5,3%. Við árslok

2007 var virðið á íløguognum tilsamans 2,4 mia. kr. í mun til 2,1 mia. kr. við árslok 2006.

Í 2007 vóru fíggjarmarknaðirnir fyrru helvt av árinum merktir av rentuhækkingum, vøkstri og óttanum fyri

inflatión, meðan annað hálvár var merkt av órógv. Høvuðsorsøkin til órógv á fíggjarmarknaðinum hevur

verið knýtt at subprimekreppuni á íbúðarmarknaðinum í USA, sum hevur víst seg at verið meira umfatandi

enn fyrst mett. Hendan órógv flutti seg eisini til at seta sín dám á partabrævamarknaðin, sum hóast tað vísti

eitt gott avkast fram til síðsta ársfjórðing í 2007, tá ið partabrøvini sum heild fullu nógv í virði. Serstakliga

vóru tað partabrøv knýtt at fíggjarvinnuni, sum fullu munandi í virði.

Orsaka av fíggjarkreppuni valdu nógvir íleggjarar í seinnu helvt av árinum at venda sær móti tryggum

íløgum, serliga statslánsbrøvum. Tað hevði við sær, at rentan fall serliga á amerikanska

lánsbrævamarknaðinum. Gjøgnum árið 2007 fullu renturnar á 2-ára lánsbrøvum úr 4,9% til 3,3%. 10-ára

rentan fall tó bert frá 4,8% til 4,3%. Orsøkin til at 10-ára renturnar ikki fullu líka nógv sum 2-ára renturnar,

var at inflatiónin framvegis øktist. Gongdin í Evropa hevur verið nakað øðrvísi í 2007, har tað framvegis

hevur verið góður búskaparvøkstur. Tann evropeiski lánsbrævamarknaðurin varð tó raktur av fíggjarligu

kreppuni í seinna hálvári, tá ið renturnar eisini byrjaðu at falla. Í 2007 fall 2-ára lánsbrævarentan úr 4,1% til

4,0%, meðan 10-ára lánsbrævarentan øktist frá 4,0% til 4,3%. Orsaka av óttanum fyri inflatión broytti

Evropeiski Miðbankin í fyrra hálvári stuttu rentuna úr 3,5% til 4,0%. Heldur ikki tann danski

lánsbrævamarknaðurin slapp undan ávirkanini úr USA. Gongdin har var næstan meinlík gondgini í Evropa

annars. 2-ára lánsbrævarentan øktist úr 3,9% til 4,2%, meðan 10-ára rentan øktist úr 3,9% til 4,5%. Danski

Tjóðbankin valdi eisini at broyta tað stuttu rentuna úr 3,57% til 4,25%.

Gongdin á altjóða partabrævamarknaðinum í 2007 var merkt av fíggjarligu kreppuni. Árið byrjaði við góðum

avkasti av partabrøvum, meðan annað hálvár var merkt av kreppuni, minkandi búskaparvøkstri í USA og

príshækking á olju, sum tilsaman ávirkaði fallandi virðið á partabrøvum. Evropeiski partabrævamarknaðurin

varð merktur av fíggjarkreppuni, men tó ikki í sama mun. Tann danski partabrævamarknaðurin var alt árið

merktur av sveiggjum í kursvirðinum, tó serliga í seinasta ársfjórðingi, tá partabrævakursirnir fullu nógv.

1,5 mia. kr. ella 63,5% av íløguognum felagsins eru lánsbrøv. Lutfalsliga er hetta eitt sindur minni enn í

2007, tá ið lánsbrøvini vóru oman fyri 70% av íløguognum. Av hesum eru meginparturin stats- og

realkreditlánsbrøv, og ein minni partur er vinnulánsbrøv. Rentuvinningurin av lánsbrøvum í 2007 var 68,3

mió. kr., meðan kurstapið av lánsbrøvum var 46,3 mió. kr. Avkastið av lánsbrøvum í farna ári var 22,0 mió.

kr., sum svarar til eitt avkast upp á 1,5%.

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 6 av 28

Ein partur av íløguætlan felagsins er, at umleið 25 % av fíggjarognunum eru partabrøv. Á leið 63% av

fíggjarognunum eru lánsbrøv og fyri at minka um váðan hevur felagið keypt ein rentuavdekning av

lánsbrøvum, sum við árslok 2007 hevði eitt virði upp á 18,6 mió. kr. Í árinum tók hesin rentuavdekningur 40

% av kurstapinum.

Í 2006 vóru íløgurnar í partabrøv øktar munandi. Við árslok 2007 vóru íløgurnar í partabrøv 534,7 mió. kr.,

og í mun til árslok 2006 er hetta ein øking upp á 59,7 mió. kr. Lutfalsliga eru partabrøvini tó á sama støði

sum við árslok 2006, nevniliga á leið 22%. Vinningsbýtið av partabrøvum í farna ári var 7,1 mió. kr., meðan

kursreguleringin av partabrøvum var 79,4 mió. kr. Eftir gjaldoyraregulering var vinningurin av

partabrøvunum 70,8 mió. kr. Tað svarar til, at partabrøvini í 2007 góðu eitt avkast upp á 15,1%.

Meðan innlánini við árslok 2006 vóru 77,2 mió. kr. svarandi til 3,6% av íløguognum felagsins, vóru

innlánini 200,5 mió. kr. ella 8,3% av íløguognunum við árslok 2007. Orsøkin til øktu innlánini er gongdin á

partabræva- og fíggjarmarknaðunum í seinnu helvt av farna ári. Vinningurin av partabrøvum í atknýttum

felag var í 2007 16,8 mió. kr. áðrenn skatt. Hetta svarar til, at avkastið av partabrøvunum hevur verið 47,3%.

Móðurfelagið Vinningur í 2007 DKK t 2007 2006 í Kr. í % Fastogn 24.013 24.220 706 3,0% Partabrøv í atknýttum felag 65.884 22.092 16.820 47,3% Partabrøv í assosiereaðum felag 4.500 3.000 - 0,0% Partabrøv 534.697 474.985 70.784 15,1% Lánsbrøv 1.535.074 1.515.480 22.003 1,5% Útlán 28.835 24.412 1.384 5,3% Innlán 200.479 77.174 5.126 3,8% Íløgugongd áðrenn rentuavdekking 2.393.482 2.141.363 116.824 5,3% Rentuavdekningur 24.447 169 18.564 Íløguognir tilsamans 2.417.929 2.141.532 135.388 6,1% Íløgufelagið Royndin

Endamálið hjá íløgufelagnum Royndini er, sum framtaksfelag, at gera íløgur í føroyskt vinnuvirksemi. Í

árinum hevur felagið gjørt íløgur í 9 ymisk feløg fyri tilsamans 29,0 mió. kr. Royndin hevur í árinum selt

partabrøv fyri 3,5 mió. kr. við einum kursvinningi upp á 17,5 mió. kr. Harumframt hevur felagið havt

rentuinntøkur av innistandandi peningi upp á 12,7 t. kr. Tilsamans hava fíggjarinntøkurnar verið 17,5 mió.

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 7 av 28

kr. Útreiðslurnar hjá felagnum í 2007 vóru slakar 700 t. kr. umframt skatt á 3,0 mió. kr., og harvið var

rakstrarúrslitið 13,8 mió. kr. í mun til 2,1 mió. kr í 2006.

Árið 2007 er 2. roknskaparár hjá Royndini, og higartil hevur gingið væl. Stuttfreistað kann væntast, at

avkastið av íløgunum verður ávirkað av sveiggjum í vinnuni. Framtakskapitalur er tó tolin kapitalur, og

dentur verður lagdur á at fáa eitt gott avkast yvir eitt longri áramál.

Kundaogn

Kundaogn er yvirrenta, renta av bonustiltaki umframt afturbering av avísum tryggingargjøldum. Hetta hevur

higartil verið tilskrivað sum bonus, men verður nú tilskrivað á konto tryggingartakarans sum kundaogn.

Kundaognin við árslok 2007 er 64,0 mió. kr., og fær kundin tilskrivaða somu rentu sum eginognin umframt

3,5% stig.

Kapitalstyrki

Í 2007 var kapitalstyrki felagsins tilsamans 181,9 mió. kr., og í mun til 2006 er hetta ein øking upp á 71,9

mió. kr. Hendan broyting stavar serliga frá eini øking í kundaogn upp á 36,3 mió. kr. og at í

bonusútjavningargrunninum nú eru 42,1 mió. kr. meira.

Kapitalstyrki 2007 2006 Mió.kr. Partapeningur 0,5 0,5 Tiltaksgrunnur 95,0 90,0 Kundaogn 64,0 27,7 Ábyrgdarpeningur 25,0 25,0 Fæfeingisgrundarlag 184,5 143,2 Solvenskrav 104,5 93,0 Fæfeingisgrundarlag eftir solvenskrav 80,0 50,2 Bonusútjavningargrunnur 101,9 59,8 Kapitalstyrki tilsamans 181,9 110,0

Umboð fyri tryggingartakararnar

Umboðini fyri tryggingartakararnar eru tey, sum vóru vald millum tryggingartakararnar á sumri 2005.

Umboðini eru Jógvan Mørkøre, samfelagsgranskari, Palli Petersen, verkfrøðingur, Andrias Ziska,

deildarleiðari, Gunnleivur Dalsgarð, fakfelagsformaður og Leif Ellingsgaard, sýnsmaður. Í 2006 vóru tveir

av limunum í umboðsráðnum valdir í nevndina fyri Føroya Lívstrygging. Teir eru Gunnleivur Dalsgarð og

Jógvan Mørkøre.

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 8 av 28

Útlitini fyri 2008

Vit meta, at vøksturin í tryggingargjøldunum verður á leið tann sami sum í 2007. Meginparturin av

tryggingargjøldunum stavar frá eftirlønarskipanum hjá fakfeløgum og virkjum, og tískil er vøksturin í

tryggingargjøldum knýttur at gongdini á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Í 2007 vóru fíggjarmarknaðirnir merktir av fyrst rentuhækkingum, vøkstri og óttanum fyri inflatión og seinni

av rentulækkingum og kursfalli á partabrøvum. Evropeiski Miðbankin metir framvegis, at inflatión hóttir,

men samstundis at búskaparligi vøksturin er í minking. Tá ið Miðbankin leggur størsta dentin á at tálma

inflatiónini er hugsandi, at Evropeiski Miðbankin ikki broytir rentuna fyribils, men í mun til gongdina kann

ein møgulig rentulækking koma uppá tal seinni í 2008. Væntandi fara partabrøvini ikki at hækka í virði, sum

tey hava gjørt til seinasta ársfjórðing 2007, men hóast stórt fall í partabrævakursum í fyrsta ársfjórðingi 2008

vænta vit tó at partabrøvini geva eitt positivt avkast í 2008. Útlitini fyri 2008 eru ikki eins góð samanborið

við ársbyrjan 2007, men vit vætna tó at ársúrslitið verður á leið tað sama sum í 2007.

Eigaraviðurskifti

Í yvirlitinum sambært §28b í partafelagslógini er landskassin skrásettur sum partaeigari.

Konsernviðurskifti

P/F Føroya Lívstrygging eigur 100% av partapeninginum í P/F Royndin, sum er við í móður- og

konsernroknskapinum. Felagið er tikið við eftir innanvirðisháttinum.

Harafturat eiga konsolideraðu feløgini partapening í hesum feløgum, ið eru upptikin sum assosierað feløg:

P/F Skálafjarðartunnilin 50,00%

P/F Aluplast 48,78%

P/F Simprentis 20,83%

P/F Bitland 21,74%

Spf. 4. September 1975 40,00%

Feløgini eru tikin við til útveganarvirðið. Hetta er grundað í praktiskum orsøkum. Munurin millum

innanvirðisháttin og útveganarvirðið hevur ikki týdning fyri metingina av árs- og konsernroknskapin hjá P/F

Føroya Lívstrygging.

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 9 av 28

Býti av ársúrslitinum

Mælt verður til, at ársúrslitið fyri roknskaparárið 2007 á 5,0 mió. kr. verður býtt soleiðis:

Tiltaksgrunnur við ársbyrjan 87.914 t.kr.

Ársúrslit 4.998 t.kr.

Flutt í tiltaksgrunn eftir innanvirðisháttinum -13.792 t.kr.

Tiltaksgrunnur við ársenda 79.119 t.kr.

ið nevndin mælir til at flyta fram til komandi ár.

Hendingar aftan á roknskaparárslok

Tað eru ongar hendingar farnar fram síðan roknskaparárslok, sum ávirka árs- og konsernroknskapin fyri

2007.

Etisk atlit

Arbeitt verður við at dagføra íløguætlanir felagsins, soleiðis at etisk atlit verða tikin við í samband við

íløguvirksemi.

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 10 av 28

ROKNSKAPARÁTEKNING

Leiðsla og nevnd hava í dag gjøgnumgingið og góðkent árs- og konsernroknskapin hjá P/F Føroya

Lívstrygging fyri roknskaparárið 1. januar 2007 til 31. desember 2007.

Árs- og konsernroknskapurin er uppsettur sambært lóg um tryggingarvirksemi.

Tað er okkara fatan, at nýtti roknskaparhátturin er hóskandi soleiðis, at árs- og konsernroknskapurin gevur

rætta mynd av fíggjarligu støðuni hjá felagnum og konsernini tann 31. desember 2007, og av virkseminum

hjá felagnum og konsernini í roknskaparárinum 1. januar 2007 til 31. desember 2007

Tórshavn, hin 2. apríl 2008

Stjórn: Tummas T. Eliasen

stjóri

Nevnd: Poul Hansen Súsanna E. Sørensen

nevndarformaður

Kitty May Ellefsen Jógvan Mørkøre

Gunnleivur Dalsgarð

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 11 av 28

ÁTEKNING FRÁ ÓHEFTUM GRANNSKOÐARUM

Til partaeigararnar í P/F Føroya Lívstrygging

Vit hava grannskoðað árs- og konsernroknskapin hjá P/F Føroya Lívstrygging fyri roknskaparárið 1. januar –

31. desember 2007. Árs- og konsernroknskapurin er gjørdur eftir lóg um tryggingarvirksemi.

Ábyrgd leiðslunnar av ársroknskapinum

Leiðslan hevur ábyrgdina av at gera ein ársroknskap, ið gevur eina rættvísandi mynd í samsvari við lóg um

tryggingarvirksemi. Henda ábyrgd ber í sær, at felagið støðugt hevur tað innanhýsis eftirlit, ið skal til fyri at

ársroknskapur kann gerast, sum gevur eina rættvísandi mynd uttan týðandi skeivleikar, uttan mun til um

skeivleikarnir standast av sviki ella mistøkum, at nýttur verður hóskandi roknskaparháttur, og at

roknskaparligu metingarnar, sum gjørdar eru, eftir umstøðunum mugu ætlast at vera rímiligar.

Grannskoðanin og ábyrgd grannskoðarans

Okkara ábyrgd er við støði í grannskoðanini at gera eina niðurstøðu um ársroknskapin. Vit hava grannskoðað

samsvarandi galdandi føroyskum grannskoðanarreglum, ið krevja, at vit halda tey etisku krøvini og leggja til

rættis og grannskoða fyri at fáa grundaða vissu fyri, at tað ikki eru týðandi skeivleikar í ársroknskapinum.

Grannskoðanin ber í sær, at gjørt verður tað arbeiði, sum skal til fyri at fáa grannskoðanarprógv fyri

upphæddum og upplýsingum í ársroknskapinum. Grannskoðarin metir um, hvat arbeiði skal gerast, herundir

metir hann um vandan fyri týðandi skeivleikum í ársroknskapinum, uttan mun til um skeivleikarnir standast

av sviki ella mistøkum. Grannskoðarin metir eisini um innanhýsis eftirlitið, ið skal til fyri at felagið kann

gera ein ársroknskap, sum gevur eina rættvísandi mynd. Hetta verður gjørt fyri at leggja grannskoðanina til

rættis eftir umstøðunum og ikki fyri at gera eina niðurstøðu um dygdina á innanhýsis eftirlitinum.

Grannskoðanin ber eisini í sær, at støða verður tikin til, um roknskaparhátturin, sum leiðslan nýtir, er

hóskandi, um tær roknskaparligu metingar, sum leiðslan hevur gjørt, eru rímiligar, og hvussu

ársroknskapurin sum heild er gjørdur. Tað er okkara fatan, at vit hava fingið nøktandi grannskoðanarprógv,

ið kann vera grundarlag undir okkara niðurstøðu.

Grannskoðanin hevur ikki givið orsøk til fyrivarni.

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 12 av 28

Niðurstøða

Tað er okkara fatan, at árs- og konsernroknskapurin gevur eina rættvísandi mynd av felagana ognum,

skyldum og fíggjarligu støðu 31. desember 2007 og av úrslitinum av virksemi felagana í roknskaparárinum 1.

januar – 31. desember 2007 samsvarandi lóg um tryggingarvirksemi.

Tórshavn, hin 2. apríl 2008

P/F Grannskoðaravirkið INPACT Rasmussen & Weihe

statsaut. revisorar statsaut. grannskoðarafelag P/F

Jógvan Amonsson Heini Thomsen Hans Laksá Joen Magnus Lamhauge

statsaut. revisor løgg. grannskoðari statsaut. revisor reg. revisor

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 13 av 28

NÝTTUR ROKNSKAPARHÁTTUR

Roknskapurin fyri P/F Føroya Lívstrygging er gjørdur sambært viðtøkum felagsins og tryggingarlóggávuni og

eftir teimum krøvum, sum konsessiónin setur viðvíkjandi teimum tryggingarteknisku útrokningunum.

Somuleiðis er dentur lagdur á at fylgja góðum roknskaparsiði.

Roknskaparhátturin er óbroyttur í mun til undanfarna ár.

KONSERNROKNSKAPUR

Móður- og konsernroknskapurin er uppsettur eftir innanvirðisháttinum.

Konsernroknskapurin vísir móðurfelagið og dótturfeløgini undir einum. Allir innanhýsis handlar og

millumverandi, eins og konserninnanhýsis kapitalpartar, eru elimineraðir.

Inntøkur og kostnaður frá kapitalpørtum eru upptikin í móðurfelagsroknskapin eftir úrsliti, áðrenn skatt, í

dótturfeløgunum. Skattur í móður- og dótturfeløgunum er hereftir kostnaðarførdur í móðurfelagnum.

Ársúrslitið, áðrenn skatt, vísir hereftir úrslitini, áðrenn skatt í øllum atknýttu feløgunum.

Inntøkur frá assosieraðum feløgum eru upptiknar eftir ognarpartinum av ársúrslitinum og eginpeninginum.

Kapitalpartar, undir fíggjarligari støðisogn, vísa ognarpartarnar í atknýttum og assosieraðum feløgum til

innara virði. Um eginognin er negativ verður niðurskrivað til kr. 0, og upphæddin verður avsett undir

skyldum, í tann mun móðurfelagið heftir fyri skuldini.

RAKSTRARROKNSKAPUR

Tryggingarvirksemi

Tryggingargjøldini fata um tey skuldskrivaðu tryggingargjøldini. Tey verða tíðaravmarkað undir

tryggingartekniskum avsetingum soleiðis, at tey fata um roknskaparárið.

Umframt hetta eru tryggingargjøldini tíðaravmarkað á tann hátt, at inngjøld fyri tryggingar, sum ikki eru

endaliga stovnaðar, men hoyra við til roknskaparárið, eru tikin við í hesum roknskapi.

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 14 av 28

Endurtryggingargjøldini verða goldin sambært avtalum við endurtryggingarfeløg, og verður hetta virksemið

árliga javnað í sambandi við uppgerð av endurtryggingargjaldinum.

Tryggingarveitingarnar fata um veitingar í roknskaparárinum, og endurtryggjaranna partur er drigin frá.

Fíggjarvirksemi

Fíggjarinntøkurnar fata um rakstur av fastognum, rentur, vinningsbýti, staðfestan kursvinning og -tap og

virðisjavnan av fíggjaríløgum pr. 31.12.2007.

Gjaldoyra

Transaktiónir í fremmandum gjaldoyra verða leypandi bókaðar til tann kurs, ið goldið verður til. Áogn og

skuld í fremmandum gjaldoyra verða virðisásettar til kursin á degnum fyri fíggjarstøðuna.

OGN

Fíggjarognir

Børsskrásett virðisbrøv eru virðisásett til marknaðarvirði og onnur virðisbrøv til útveganarvirði.

Rentuavdekningar verða innroknaðir í fíggjarstøðuna til keypsvirði og verða síðani virðisásett til

marknaðarvirði. Innlán eru virðisásett til áljóðandi virði við ársenda, og innlán í fremmandum gjaldoyra eru

virðisásett til kursin við ársenda. Virðisjavnan er førd yvir raksturin.

Útlán eru virðisásett sum restvirðið við ársenda. Avsett er móti tapi svarandi til tann metta tapsvandan grundað á

eina gjøgnumgongd av hvørjum einstøkum láni.

Fastar ognir, rakstrargøgn og onnur ogn

Fastognir verða avskrivaðar javnt yvir 50 ár. Leiðsla felagsins hevur við árslok 2006 valt at uppskrivað

bygningarnar til eitt mett dagsvirði. Uppskrivingin er førd yvir raksturin. Uppskrivaða virði verður

grundarlagið undir avskrivingunum komandi árini.

Onnur rakstrargøgn eru tikin við til útveganarvirðið. Innbúgv verður avskrivað yvir 10 ár, og telduútgerð og

annar telduútbúnaður verður avskrivaður yvir 3-5 ár.

Íløgur undir kr. 10.000 verða útreiðsluførdar.

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 15 av 28

SKYLDUR

Tryggingartekniskar avsetingar

Tær eru gjørdar upp samsvarandi tekniska grundarlagi felagsins og eru góðkendar av ábyrgdarhavandi

tryggingarfrøðingi felagsins. Útrokningarnar byggja á tryggingarfrøðiligar mannagongdir, ið eru grundaðar á

best møguligar metingar um livialdur, vanda fyri avlamni og øðrum tryggingarfrøðiligum váðum.

Aktuellar og eventuellar tryggingar

Lívstryggingartekniskar avsetingar umfata bundnar veitingar eftir tí grundarlagsrentu, sum er veitt

tryggingartakarunum. Tryggingar, sum eru teknaðar fram til 1/1-2000 hava 4,25% og 4,5% í grundarlagsrentu,

og hava hesar tryggingar landskassaveðhald. Tryggingar, ið er teknaðar síðan 1/1-2000 hava 2,5% í

grundarlagsrentu og hava ikki landskassaveðhald.

Tær bundnu veitingarnar eru gjørdar upp sum nútíðarvirðið av teimum veitingum, ið felagið hevur bundið seg

til at veita tryggingartakarunum og nútíðarvirðinum av mettum framtíðar kostnaði av at umsita tryggingarnar

við frádrátti av nútíðarvirðinum av framtíðar inngjøldum.

Tíðaravmarkingar

Tryggingargjøld verða tíðaravmarkað soleiðis, at tey samsvara við roknskaparskeiðið, og verður hetta javnað

yvir postin “Yvirflutt tryggingargjald”. Harumframt verður avsett í roknskapinum, undir postinum

tíðaravmarkaði tryggingargjøld, ein upphædd svarandi til tryggingargjøld, ið eru inngoldin meira enn

skuldskrivað er, vegna tað, at tryggingar umsitingarliga ikki eru dagførdar um ársskiftið.

Samlagstryggingar

Tær verða gjørdar upp grundað á metingar av vanda fyri skaðum. Avsett verður ein lutfalsligur partur av

árligum tryggingargjaldi.

IBNR-tiltak

Eins og byrjað varð í 2004 hevur felagið í ár avsett eitt sokallað IBNR-tiltak. Hetta er ein avseting grundað á tað

sjónarmið, at tað eru skaðar um ársskiftið, sum ikki eru fráboðaðir felagnum fyrr enn eftir roknskaparlok, men

við afturvirkandi gildi. Avsett verður ein lutfalsligur partur av teimum árligu gjøldunum, ið tryggingartakararnir

rinda fyri deyð og avlamni.

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 16 av 28

Kundaogn/Bonusgrunnar

Um samlaða rentan, ið felagið veitir tryggingartakarunum er størri enn grundarlagsrentan, hevur munurin

higartil verið tilskrivaður sum bonus, men verður frá 2006 tilskrivað sum kundaogn. Afturberingar av ávísum

tryggingargjøldum hava higartil verið goldnar tryggingartakarunum sum bonus, men verða frá 2006 goldnar

sum kundaogn. Slíkar afturberingar umfata m.a. partar av umsitingargjaldi (byrjað í 2004) og afturbering av

kostnaði fyri ymsar veitingar, har kostnaðurin sambært tekniska grundarlagnum er ov varisliga ásettur.

Kundaogn er ein partur av grundkapitalinum á jøvnum føti við eginognina, men verður eftir einum ávísum

tíðarskeiði luta teimum tryggjaðu og er tískil ein partur av teimum tryggingarteknisku avsetingunum.

Kundaogn/Bonusgrunnar umfata

1. Rentubonus, ið er tilskrivað renta, tá ið samlaða rentan er hægri enn grundarlagsrentan.

2. Váðabonus, ið er afturbering av kostnaði fyri ymiskar veitingar við deyð og við óarbeiðsføri.

3. Umsitingarbonus, ið er afturbering av umsitingargjaldi.

4. Bonus til samlagstryggingar, ið er afturbering av tryggingargjaldi fyri samlagstryggingar grundað á

skaðagongdina. Hetta bonus verður útgoldið árliga.

Í bonusgrunninum er alt tað bonus, sum tryggingartakararnir hava spart upp higartil. Í bonusgrunninum fyri

samlagstryggingar er afturbering av samlagstryggingargjaldi fyri árið, sum verður útgoldið eftir árslok.

Bonusútjavningargrunnur

Á hvørjum ári verður ársúrslitið, eftir avseting til kundaogn, býtt millum tryggingartakarar og partaeigarar, og

parturin hjá tryggingartakarunum verður lagdur í bonusútjavningargrunnin. Sostatt er

bonusútjavningargrunnurin felags áogn hjá øllum tryggingartakarunum.

Tiltaksviðurgjald

Hesin postur umfatar staðfestar, men ikki útgoldnar tryggingarveitingar.

Kapitaliserað umsitingargjald

Hesin postur er ein aktivering av teimum útreiðslum, sum eru av at vinna inntøkurnar, og har lagt er upp fyri

hesum útreiðslum við at taka umsitingargjald av inngjøldunum. Hetta er grundað á tað sjónarmið, at

útreiðslur í einum ári geva inntøkur mong ár framyvir. Árliga verður avsett partar av nýtekningarútreiðslum

sambært metingum hjá tryggingarfrøðingi felagsins.

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 17 av 28

Skattur

Skattskylduga inntøkan verður uppgjørd sambært galdandi skattalóggávu. Skatturin verður útreiðsluførdur og

avsettur sum skyldugur í ársroknskapinum. Eventualskattur verður avsettur og útreiðsluførdur.

Eventualskatturin verður roknaður sum skattur av muninum millum roknskaparlig virði og skattlig virði. Í

sambandi við virðisbrøv nýtir felagið lagurprinsippið.

Áogn

Áognin er upptikin í ársroknskapinum til áljóðandi virði.

Eventual- og veðhaldsskyldur

Eventual- og veðhaldsskyldur verða upplýstar fyri seg tá slíkar eru.

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 18 av 28

RAKSTRARROKNSKAPUR 2007 Móðirfelagið Konsernin DKK t DKK t Nota 2007 2006 2007 2006 Tryggingargjøld Tryggingargjøld brutto 1 288.223.682 255.933 288.223.682 255.933 Endurtryggingargjøld netto 2 -12.081.893 -13.245 -12.081.893 -13.245 Tryggingargjøld netto 276.141.789 242.688 276.141.789 242.688 Inntøkur av íløguognum Inntøkur frá atknýttum feløgum 16.819.973 2.563 0 0 Inntøkur frá assosieraðum feløgum 0 0 0 0 Fastogn 705.660 687 705.660 687 Rentur og vinningsbýti v.m. 81.992.782 67.954 82.005.520 67.968 Inntøkur av íløguognum 99.518.415 71.204 82.711.180 68.654 Kursregulering virðisbrøv 35.869.460 -31.418 53.369.460 -28.401 Inntøkur av íløguognum tilsamans 3 135.387.875 39.786 136.080.640 40.253 Tryggingarveitingar Útgoldnar veitingar 4 -97.069.291 -90.895 -97.069.291 -90.895 Endurtryggjarans partur 2 5.218.816 2.406 5.218.816 2.406 Tryggingarveitingar netto -91.850.475 -88.489 -91.850.475 -88.489 Tryggingartekniskar avsetingar Hækking í tryggingartekniskum avsetingum brutto -205.234.764 -194.443 -205.234.764 -194.443 Broyting í endurtryggjarans parti 2.335.678 9.162 2.335.678 9.162 Hækking av tryggingartekniskum avsetingum netto 5 -202.899.086 -185.281 -202.899.086 -185.281 Bonus Tikið úr (+) lagt í (-) bonusútjavningargrunn -42.140.746 51.493 -42.140.746 51.493 Kundaogn -36.289.684 -27.692 -36.289.684 -27.692 Bonus tilsamans -78.430.430 23.800 -78.430.430 23.800

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 19 av 28

RAKSTRARROKNSKAPUR 2007 Móðirfelagið Konsernin DKK t DKK t Nota 2007 2006 2007 2006 Rakstrarútreiðslur av tryggingarvirksemi Nýtekningarútreiðslur -864.583 -961 -864.583 -961 Fyrisitingarútreiðslur -7.027.382 -6.069 -7.027.382 -6.069 Løn, eftirløn og ómaksløn -11.968.870 -10.407 -11.968.870 -10.407 Rakstrarútreiðslur áðrenn avskrivingar -19.860.835 -17.437 -19.860.835 -17.437 Avskrivingar av EDV-útgerð, innbúgvi og akførum v.m. 11 -2.407.621 -2.871 -2.407.621 -2.871 Rakstrarútreiðslur av tryggingarvirksemi -22.268.456 -20.309 -22.268.456 -20.309 Útreiðslur av íløguognum Fyrisitingarútreiðslur -6.639.918 -5.049 -7.332.683 -5.516 Rentuútreiðslur -1.264.488 -1.074 -1.264.488 -1.074 Rakstur av fastogn -1.128.191 -990 -1.128.191 -990 Aðrar útreiðslur -221.125 -224 -221.125 -224 Avskrivingar av fastogn 7 -239.500 -138 -239.500 -138 Útreiðslur av íløguognum tilsamans 3 -9.493.221 -7.475 -10.185.986 -7.942 Fluttar íløguinntøkur (-) -5.146.637 -1.397 -5.146.637 -1.397 ÚRSLIT AV TRYGGINGARVIRKSEMI 1.441.360 3.325 1.441.360 3.325 Fluttar íløguinntøkur (+) 5.146.637 1.397 5.146.637 1.397 ÚRSLIT ÁÐRENN SKATT OG AVGJØLD 6.587.997 4.722 6.587.997 4.722 Skattur og avgjøld 6 -1.589.907 -824 -1.589.907 -824 RAKSTRARÚRSLIT 4.998.090 3.897 4.998.090 3.897

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 20 av 28

FÍGGJARSTØÐA 31. DESEMBER 2007

Móðirfelagið Konsernin DKK t DKK t OGN Nota 2007 2006 2007 2006 Íløguogn Fastogn 7 24.012.628 24.220 24.012.628 24.220 Partabrøv í atknýttum felag 8 65.884.026 22.092 0 0 Partabrøv í assosieraðum felag 9 4.500.000 3.000 17.184.146 8.384 Fíggjaríløgur Partabrøv 10 534.697.228 474.985 563.198.228 485.285 Lánsbrøv 1.535.073.932 1.515.480 1.535.073.932 1.515.480 Útlán 28.835.479 24.412 28.835.479 24.412 Innlán 200.479.240 77.174 229.230.406 84.258 Aðrar fíggjaríløgur 24.446.524 169 24.446.524 169 Fíggjaríløgur tilsamans 2.323.532.404 2.092.220 2.380.784.569 2.109.604 Íløguogn tilsamans 2.417.929.059 2.141.532 2.421.981.343 2.142.208 Áogn Áogn hjá tryggingartakarum 5.399.446 5.292 5.399.446 5.292 Áogn hjá tryggingarfeløgum 3.921.368 1.410 3.921.368 1.410 Áogn hjá atknýttum feløgum 4.193.140 817 0 0 Onnur áogn 6.300 156 147.154 297 Áogn tilsamans 13.520.254 7.675 9.467.968 6.999 Onnur ogn Innbúgv, edv-útgerð, akfør v.m. 11 4.968.967 5.959 4.968.967 5.959 Onnur ogn tilsamans 4.968.967 5.959 4.968.967 5.959 Tíðaravmarkingar Renta tilgóðar 24.326.224 18.543 24.326.224 18.543 Aðrar tíðaravmarkingar 3.042.474 2.286 3.042.474 2.286 Tíðaravmarkingar tilsamans 27.368.698 20.829 27.368.698 20.829 OGN TILSAMANS 2.463.786.977 2.175.996 2.463.786.977 2.175.996

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 21 av 28

FÍGGJARSTØÐA 31. DESEMBER 2007

Móðirfelagið Konsernin DKK t DKK t

SKYLDUR Not

a 2007 2006 2007 2006 Eginogn Partapeningur 500.000 500 500.000 500 Tiltakspeningur av nettouppskriving eftir innanvirðisháttinum 8 15.884.026 2.092 0 0 Tiltaksgrunnur 12 79.119.274 87.914 95.003.301 90.005 Eginogn tilsamans 95.503.301 90.505 95.503.301 90.505 Ábyrgdarpeningur 25.000.000 25.000 25.000.000 25.000 Tryggingartekniskar avsetingar Bruttoavsetingar 2.169.047.285 1.963.813 2.169.047.285 1.963.813 Endurtryggjarans partur -21.433.643 -20.110 -21.433.643 -20.110 Tryggingartekniskar avsetingar netto 2.147.613.642 1.943.702 2.147.613.642 1.943.702 Tiltaksviðurgjald 7.960.047 11.454 7.960.047 11.454 Avsett til bonusútjavning 101.891.063 59.750 101.891.063 59.750 Kundaogn 63.982.179 27.692 63.982.179 27.692 Bonusútjavning og kundaogn tilsamans 165.873.242 87.443 165.873.242 87.443 Tryggingartekniskar avsetingar netto tilsamans 13 2.321.446.931 2.042.599 2.321.446.931 2.042.599 Skuld Útsettur skattur 6 189.693 0 189.693 0 Frammanundangoldin tryggingargjøld 18.911.262 16.458 18.911.262 16.458 Skuld til atknýtt feløg 0 0 0 0 Skattur 423.540 0 423.540 0 Onnur skuld 2.312.251 1.433 2.312.251 1.433 Skuld tilsamans 21.647.052 17.891 21.647.052 17.891 SKYLDUR TILSAMANS 2.463.786.977 2.175.996 2.463.786.977 2.175.996 Eventualskyldur 15

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 22 av 28

NOTUR Móðirfelagið Konsernin DKK t DKK t 2007 2006 2007 2006 Nota 1. Tryggingargjøld Kapitaltryggingar 163.443.428 136.957 163.443.428 136.957 Ratu- og rentutryggingar 73.441.169 68.997 73.441.169 68.997 Samlagstryggingar 50.556.281 46.216 50.556.281 46.216 Innskot 782.804 3.764 782.804 3.764 Tryggingargjøld tilsamans 288.223.682 255.933 288.223.682 255.933

Nota 2. Úrslit av endurtrygging Endurtryggingargjøld -9.794.180 -9.477 -9.794.180 -9.477 Hættislig sjúka -3.344.561 -2.303 -3.344.561 -2.303 Yvirskotsbýti 1.056.848 -1.465 1.056.848 -1.465 Endurtryggingargjøld netto -12.081.893 -13.245 -12.081.893 -13.245 Endurtryggingarveitingar deyð 3.821.316 1.350 3.821.316 1.350 Endurtryggingarveitingar hættislig sjúka 1.397.500 1.056 1.397.500 1.056 Endurtryggingarans partur 5.218.816 2.406 5.218.816 2.406 Úrslit av endurtrygging tilsamans -6.863.077 -10.839 -6.863.077 -10.839 Nota 3. Inntøkur av íløguognum Atknýtt feløg 16.819.973 2.563 0 0 Fastogn 705.660 687 705.660 687 Partabrøv 7.138.835 4.358 7.138.835 4.358 Lánsbrøv 68.343.459 59.153 68.343.459 59.153 Útlán 1.384.182 1.606 1.384.182 1.620 Innlán 5.126.307 2.837 5.139.045 2.837

Inntøkur av íløguognum 99.518.415 71.204 82.711.180 68.654 Kursregulering lánsbrøv -46.339.607 -53.167 -46.339.607 -53.167 Kursregulering partabrøv 79.393.267 54.523 96.893.267 57.539 Kursregulering bygningur 0 8.614 0 8.614 Kursregulering valuta -15.748.138 -16.637 -15.748.138 -16.637 Kursregulering rentuavdekningur 18.563.937 -24.751 18.563.937 -24.751 Kursregulering tilsamans 35.869.460 -31.418 53.369.460 -28.401

Inntøkur av íløguognum tilsamans 135.387.875 39.786 136.080.640 40.253 Fyrisiting -418.726 -243 -1.111.491 -710 Konsulentómaksløn -51.530 -101 -51.530 -101 Afturrindan av løn og kostn. 100.000 100 100.000 100 Handilskostnaður -3.816.951 -2.865 -3.816.951 -2.865 Umsitingargjald -2.452.710 -1.940 -2.452.710 -1.940

Útreiðslur av íløguognum brutto -6.639.918 -5.049 -7.332.683 -5.516 Rentuútreiðslur -1.264.488 -1.074 -1.264.488 -1.074 Rakstur av fastogn -1.128.191 -990 -1.128.191 -990 Aðrar útreiðslur -221.125 -224 -221.125 -224 Avskrivingar fastogn -239.500 -138 -239.500 -138 Útreiðslur av íløguognum tilsamans -9.493.221 -7.475 -10.185.986 -7.942 Inntøkur av íløguognum netto 125.894.654 32.312 125.894.654 32.312

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 23 av 28

NOTUR

DKK t DKK t 2007 2006 2007 2006 Nota 4. Útgoldnar veitingar

Deyðsendurgjøld samlagstrygging -12.532.126 -14.300 -12.532.126 -14.300 Hættislig sjúka -3.488.125 -1.825 -3.488.125 -1.825 Samlagstrygging sum útgjald, útleyp -4.987.500 -5.362 -4.987.500 -5.362 Bonus samlagstrygging -20.944.772 -18.737 -20.944.772 -18.737 Deyðsendurgjøld, sum -4.177.940 -4.625 -4.177.940 -4.625

Virknar tryggingar, sum -21.234.070 -21.931 -21.234.070 -21.931 Avlamisveitingar, renta -5.822.870 -5.456 -5.822.870 -5.456 Eftirlønartryggingar, renta -12.500.529 -11.678 -12.500.529 -11.678 Afturkeyp, sum -10.099.452 -5.712 -10.099.452 -5.712

Gjaldsundantøka o.a. -1.086.177 -974 -1.086.177 -974 Kontant útgoldið bonus -87.232 -137 -87.232 -137 Ymiskar útreiðslur viðv. skaðar -108.498 -158 -108.498 -158

Útgoldnar veitingar -97.069.291 -90.895 -97.069.291 -90.895

Nota 5. Tryggingartekniskar avsetingar Avsett á grundarlagsrentu -215.601.074 -206.258 -215.601.074 -206.258 Avsett í bonusgrunn 10.366.310 11.815 10.366.310 11.815

Hækking av tryggingartekniskum avsetingum brutto -205.234.764 -194.443 -205.234.764 -194.443 Broyting í endurtryggjarans parti 2.335.678 9.162 2.335.678 9.162

Hækking av tryggingarteknisku avsetingum netto -202.899.086 -185.281 -202.899.086 -185.281

Nota 6. Skattur og avgjøld Arbeiðsloysisskipanin -120.154 -99 -120.154 -99 Barsilsgrunnur -74.394 -61 -74.394 -61 Lønarhæddaravgjald -601.817 -495 -601.817 -495 Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnur -180.309 -169 -180.309 -169

Skattur -423.540 0 -423.540 0 Broyting í útsettum skatti -189.693 0 -189.693 0

Skattur og avgjøld tilsamans -1.589.907 -824 -1.589.907 -824

Skattur goldin í árinum 0 768 0 768

Nota 7. Fastogn Útveganarvirði 1. januar 35.820.587 26.635 35.820.587 26.635

Uppskriva bygning 0 8.614 0 8.614 Tilgongd í árinum 32.369 572 32.369 572

Útveganarvirði 31. desember 35.852.956 35.821 35.852.956 35.821 Av- og niðurskriving 1. januar -11.600.829 -11.463 -11.600.829 -11.463

Avskriving í árinum -239.500 -138 -239.500 -138

Av- og niðurskriving 31. desember -11.840.329 -11.601 -11.840.329 -11.601 Roknskaparvirði 31. desember 24.012.628 24.220 24.012.628 24.220

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 24 av 28

NOTUR DKK t DKK t 2007 2006 2007 2006 Nota 8. Partabrøv í atknýttum felag

Útveganarvirði 1. januar 20.000.000 20.000 0 0 Tilgongd í árinum 30.000.000 0 0 0 Frágongd í árinum 0 0 0 0

Útveganarvirði 31. desember 50.000.000 20.000 0 0 Virðisjavningar við 1. januar 2.091.648 0 0 0

Uppskrivað 13.792.378 2.092 0 0 Niðurskrivað 0 0 0 0

Virðisjavningar 31. desember 15.884.026 2.092 0 0 Bókað virði 31. desember 65.884.026 22.092 0 0

Upplýsingar um atknýtta felagið hjá móðurfelagnum:

Navn: P/F Royndin Heimstaður: Kopargøta 1, FO-100 Tórshavn

Virksemi: Framtaksfelag, íløgur í ymiskt vinnuvirksemi. Ognarpartur: 100% Eginogn og úrslit samb. ársroknskapin fyri 2007: tkr. 65.884 og tkr. 13.792.

Nota 9. Partabrøv í assosieraðum feløgum Útveganarvirði 1. januar 3.000.000 0 8.384.146 0 Tilgongd í árinum 1.500.000 3.000 12.300.000 8.384

Frágongd í árinum 0 0 -3.500.000 0

Útveganarvirði 31. desember 4.500.000 3.000 17.184.146 8.384 Virðisjavningar við 1. januar 0 0 0 0 Uppskrivað 0 0 0 0

Niðurskrivað 0 0 0 0

Virðisjavningar 31. desember 0 0 0 0 Bókað virði 31. desember 4.500.000 3.000 17.184.146 8.384

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 25 av 28

Upplýsingar um assosieraða felagið hjá móðurfelagnum: Navn: P/F Skálafjarðatunnilin Heimstaður: FO-355 Nes, Eysturoy Virksemi: Byggja og reka fast samband millum Eysturoy og Suðurstreym og á Skálafjørðinum. Ognarpartur: 50% Eginogn og ársúrslit samb. ársroknskapin fyri 2007 fyriliggja ikki. Eginogn og ársúrslit samb. ársroknskapin fyri 2006: tkr. 5.737 og tkr. 263 Upplýsingar um assosieraðu feløgini hjá konsernini: Navn: P/F Skálafjarðatunnilin, sí omanfyri Navn: P/F Aluplast Heimstaður: Við Ánna 74, FO-512 Norðagøta Virksemi: Gummi- og plastídnaður Ognarpartur: 48,78% Eginogn og ársúrslit sambært ársroknskapin fyri 2006: ongin ársroknskapur fyriliggur fyri 2006 fyri felagið. Navn: P/F Simprentis Heimstaður: Niels Finsensgøta 10, FO-100 Tórshavn Virksemi: KT-menning og skeiðsvirksemi Ognarpartur: 20,83% Eginogn og ársúrslit samb. ársroknskapin fyri 2007 fyriliggja ikki. Eginogn og ársúrslit samb. ársroknskapin fyri 2006: tkr. 64 og tkr. 134 Navn: SP/F Bitland Heimstaður: Niels Finsensgøta 10, FO-100 Tórshavn Virksemi: (Ikki upplýst) Ognarpartur: 21,74% Eginogn og ársúrslit samb. ársroknskapin fyri 2007 fyriliggja ikki. Eginogn og ársúrslit samb. ársroknskapin fyri 2006: tkr. 136 og tkr. -172 Navn: P/F 4. September 1975 Heimstaður: FO-100 Tórshavn Virksemi: Fiskiskip og handil v.m. Ognarpartur: 40,00% Eginogn og ársúrslit samb. ársroknskapin fyri 2007 fyriliggja ikki. Fyrsta roknskaparár felagsins gongur til 31. Desember 2007 Nota 10. Íløgur í onnur partabrøv Konsernin eigur meira enn 5 pct. av partapeninginum í fylgjandi feløgum: Navn: P/F 6. September Heimstaður: Kulibakki 8, FO-520 Leirvík Ognarpartur: 10% Eginogn sambært ársroknskapin fyri 2006: ongin ársroknskapur fyriliggur fyri 2006 fyri felagið.

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 26 av 28

NOTUR DKK t DKK t 2007 2006 2007 2006 Nota 11. Edv-útgerð, innbúgv og akfør v.m. Útveganarvirði 1. januar 33.949.408 31.400 33.949.408 31.400 Tilgongd í árinum 1.577.374 2.549 1.577.374 2.549 frágongd í árinum -260.500 0 -260.500 0

Útveganarvirði 31. desember 35.266.282 33.949 35.266.282 33.949 Avskrivingar 1. januar -27.990.195 -25.119 -27.990.195 -25.119 Avskriving í árinum -2.407.621 -2.871 -2.407.621 -2.871 afturførdar avskrivingar 100.500 0 100.500 0

Avskrivingar 31. desember -30.297.316 -27.990 -30.297.316 -27.990 Roknskaparvirði 31. desember 4.968.967 5.959 4.968.967 5.959

Avskriving í árinum -2.407.621 -2.871 -2.407.621 -2.871 Avskrivingar Edv-útgerð, innbúgv og akfør v.m. -2.407.621 -2.871 -2.407.621 -2.871

Nota 12. Tiltaksgrunnur Tiltaksgrunnur 1. januar 87.913.563 86.108 90.005.211 86.108 Flutt frá ársúrsliti 4.998.090 3.897 4.998.090 3.897

Flutt til tiltakspening eftir innanvirðisháttinum -13.792.378 -2.092 0 0

Tiltaksgrunnur 31. desember 79.119.274 87.914 95.503.301 90.005

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 27 av 28

NOTUR DKK t DKK t 2007 2006 2007 2006 Nota 13. Tryggingartekniskar avsetingar Aktuellar tryggingar 178.598.753 165.480 178.598.753 165.480 Umsitingartiltak 2.041.021 1.655 2.041.021 1.655 Endurtryggingarans partur -21.433.643 -19.098 -21.433.643 -19.098 Aktuellar tryggingar 159.206.131 148.037 159.206.131 148.037 Eftirlønartryggingar v.m. 1.663.481.412 1.472.498 1.663.481.412 1.472.498 Umsitingartiltak 16.379.780 14.725 16.379.780 14.725 Eventuellar tryggingar 1.679.861.193 1.487.223 1.679.861.193 1.487.223 Yvirflutt tryggingargjald 1.215.660 1.272 1.215.660 1.272 Tíðaravmarkaði tryggingargjøld 22.799.708 13.923 22.799.708 13.923 Samlagstryggingar 14.160.556 12.499 14.160.556 12.499 IBNR-tiltak 2.664.803 2.432 2.664.803 2.432 Aðrar avsetingar tilsamans 40.840.727 30.126 40.840.727 30.126 Avsett á grundarlagsrentu tilsamans 1.879.908.051 1.665.386 1.879.908.051 1.665.386 Bonusgrunnur 271.179.742 283.681 271.179.742 283.681 Bonusgrunnur samlagstryggingar 18.832.205 16.697 18.832.205 16.697 Bonusútjavningargrunnur 101.891.063 59.750 101.891.063 59.750 Kundaogn 63.982.179 27.692 63.982.179 27.692 Bonusgrunnar tilsamans 455.885.189 387.821 455.885.189 387.821 Tiltaksviðurgjald 7.960.047 11.454 7.960.047 11.454 Endurtryggjarans partur 0 -1.012 0 -1.012 Tiltaksviðurgjald 7.960.047 10.442 7.960.047 10.442 Kapitaliserað umsitingargjald -22.306.356 -21.050 -22.306.356 -21.050 Tryggingartekniskar avsetingar tilsamans 2.321.446.931 2.042.599 2.321.446.931 2.042.599 Nota 14. Starvsfólkaútreiðslur Tal á starvsfólkum umroknað til fulltíðar starvseting 28 25 28 25 Løn 10.467.423 8.459 10.850.748 8.765 Eftirløn 1.749.771 1.603 1.749.771 1.603 Aðrar útreiðslur til almanna trygd og avgjøld 976.674 824 976.674 824 Starvsfólkaútreiðslur tilsamans 13.193.869 10.886 13.577.194 11.192 Løn og samsýning til nevnd og stjórn Nevnd 435.000 310 495.000 370 Stjórn 757.575 731 1.003.173 976 Løn og samsýning til nevnd og stjórn tilsamans 1.192.575 1.041 1.498.173 1.346 Nota 15. Eventualskyldur Sum trygd fyri tryggingartekniskum avsetingum eru skrásettar ognir fyri íalt kr. 2.287.301.821 við árslok 2007.

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING - Ársroknskapur 2007 Síða 28 av 28

FIMM ÁRA YVIRLIT

DKK t Konsern Móðurfelag

Roknskapartøl tann 31. desember 2007 2006 2005 2004 2003

Inntøkur

Tryggingargjøld 288.224 255.933 217.683 205.116 167.228

Inntøkur av íløguognum v.m 136.081 40.253 132.568 99.307 72.123

Inntøkur tilsamans 424.305 296.186 350.251 304.423 239.352

Útreiðslur

Endurtryggingargjøld -12.082 -13.245 -10.017 -10.017 -10.877

Tryggingarveitingar netto -91.850 -88.489 -70.716 -70.716 -82.647 Hækking av tryggingartekniskum avsetingum íroknað bonus / Technical provision adjustment, net -202.899 -185.281 -186.467 -186.467 -103.117

Broyting í avsetingum til bonusútjavning -42.141 51.493 -49.494 -32.043 -15.135

Kundaogn -36.290 -27.692 0 0 0

Fyrisitingarútreiðslur av tryggingarvirksemi -22.268 -20.309 -19.744 -18.343 -17.340

Fyrisitingarútreiðslur av fíggjarvirksemi -10.184 -7.942 -5.953 -4.922 -4.229

Skattur og avgjøld -1.590 -824 -1.445 -615 -514

Útreiðslur tilsamans -419.307 -292.289 -343.836 -323.123 -233.859

Rakstrarúrslit 4.998 3.897 6.415 5.940 5.500

Aktiv

Fastogn 24.013 24.220 15.172 14.390 14.340

Partabrøv í atknýttum felag 0 0 20.000 0 0

Partabrøv í assosieraðum felag 17.184 8.384 0 0 0

Lánsbrøv 1.535.074 1.515.480 1.494.504 1.502.972 1.321.244

Partabrøv 563.198 485.285 266.412 83.983 84.355

Útlán 28.835 24.412 25.265 35.280 36.400

Innlán 229.230 84.258 154.373 84.525 63.670

Aðrar fíggjaríløgur 24.447 169 0 0 0

Onnur aktiv 41.806 33.787 30.659 41.771 30.843

Aktiv tilsamans 2.463.787 2.175.996 2.006.385 1.762.922 1.550.852

Passiv

Eginogn og ábyrgdarpeningur 120.503 115.505 111.608 105.192 99.252

Bonusútjavning 101.891 59.750 111.243 61.749 29.706

Kundaogn 63.982 27.692 0 0 0

Tryggingartekniskar avsetingar 2.155.574 1.955.156 1.765.278 1.579.928 1.401.697

Útsettur skattur 190 0 0 0 0

Onnur skuld 21.647 17.891 18.256 16.054 20.197

Passiv tilsamans 2.463.787 2.175.996 2.006.385 1.762.922 1.550.852

RAKSTRARROKNSKAPUR 2007

Eginogn, ábyrgdarpeningur, bonusútjavning og kundaogn í pst. av tryggingartekniskum avsetingum 13,3% 9,0% 12,6% 10,6% 9,2% Rakstrarútreiðslur av tryggingarvirksemi í pst. av tryggingargjøldum 7,7% 7,9% 9,1% 8,9% 10,4% Rakstrarútreiðslur av tryggingarvirksemi í pst. av ognum tilsamans 0,9% 0,9% 1,0% 1,0% 1,1%

Inntøkur av íløgum í pst. av miðal ognum 6,1% 2,0% 7,2% 6,1% 4,8%