28
Landsfelag Pensjónista Blað teirra eldru Mynd: Jørgin við Úlvsá Nr. 33 September 2013 Limablað Klaksvík við nýggja Røktarheiminum í miðjuni oman móti sjónum

Blað teirra eldrueb5c9606163ac3959841-ecfb2a8a64a652fe628d2243490a8122.r50.… · 2013. 9. 30. · menniskju hægri enn maskinur og mata-dorar. Um fólkapensjónistar skulu liva

  • Upload
    others

  • View
    0

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

  • Landsfelag Pensjónista

    Blað teirra eldru

    Mynd: Jørgin við Úlvsá

    Nr. 33 September 2013 Limablað

    Klaksvík við nýggja Røktarheiminum í miðjuni oman móti sjónum

  • 2

    Í øðrum lagi hava allir fólkapensjónistar í Føroyum nú í meir enn hálva øld goldið eitt serligt fólkapensjónsgjald til tað almenna.

    Í triðja lagi veitir ríkiskassin á hvørjum ári landskassanum hundraðtals milliónir til pensjónir.

    Men eingin peningur sigst vera tøkur, so allir fólkapensjónistar kunnu fáa eina rímuliga tilveru.

    Hvar fer peningurin?Samfelagið skal mennast, samfelagið skal útbyggjast, verður sagt.

    Seinastu 15 árini er fólkapensjónin minkað ógvusliga í mun til prís- og lønarlagið í samfelagnum. Hetta hevur við sær, at stórur partur av føroyskum fólkapensjónist- um – teir sum einans hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av – nú liva í fátækradømi.

    Landsfelag Pensjónista hevur ótaldar ferðir gjørt vart við truplu støðuna hjá teim- um ringast stillaðu fólkapensjónistunum bæði alment og beinleiðis yvir fyri okkara politikarum.

    Okkara politikarar eru blíðir og frynt- ligir. Teir vildu so fegin, men tíverri, har er eingin peningur.

    Hetta undrar okkum, tí í fyrsta lagi hava fólkapensjónistar í Føroyum sjálvir goldið til sína fólkapensjón. Teir hava gjøgnum eitt langt arbeiðslív goldið skatt til samfelagið, ein skatt sum umframt alt annað í samfelag- num eisini skuldi rinda fyri fólkapensjónina.

    Oddagrein

    Útgevari:Landsfelag PensjónistaTróndargøta 13, 100 TórshavnTeldupostur: [email protected] og [email protected]

    Formaður: Arne Thorsteinsson Telefon 210621Teldupostur: [email protected]

    Samskipari og skrivari: Ingrid HenriksenTelefon: 319394 og 219394 Skrivstovan er opin mánadag kl. 11-15Telefontíð mikudag kl. 11-15

    Blaðnevnd:

    Sigvald Kristiansen, ábyrgd Skálavegur 236, 480 SkálaTelefon: 441517 og 288517Teldupostur: [email protected]

    Inna NattestadHeiðavegur 23, 370 MiðvágurTelefon: 33 3133 og 257685Teldupostur: [email protected]

    Árni JohannesenFjósagøta 6, 100 TórshavnTelefon 313244 og 213244Teldupostur: [email protected]

    Prent og prenttilgerð: estra

    Pensjónistar í fátækradømi

  • 3

    Fólkapensjónistar hava so sanniliga lagt bæði menning og útbygging eftir seg í samfelagnum. Nú eiga teir at fáa ágóðan av síni íløgu.

    Sæð í baksýni tykist samfelagsútbygging at vera eitt undarligt mótafyribrigdi. Eina-ferð var tað havnir og lendingar, ið var alt- avgerandi, so var tað veðhald til skip og flakavirki, síðan fergulegur og berghol, og nú kunnu vit ikki liva her á landi, uttan at øll orka verður nýtt at bora undirsjóvar tunlar. Beint nú, meðan hetta verður skrivað, liggur løgtingið óvirkið og bíðar eftir einum undirsjóvartunlaáliti. So ein- oygt tykist øll politisk orka at vera savnað um hetta mótafyribrigdi, at ikki ber til at fáast við annað í meðan.

    Tað politiska spælið við milliarda- upphæddum, sum fer fram í undirsjóvar-tunlarúsinum, er forargiligt, og ikki minni forargiligt er at síggja, hvussu politikarar

    Árni JohannesenFjósagøta 6, 100 TórshavnTelefon 313244 og 213244Teldupostur: [email protected]

    Prent og prenttilgerð: estra

    sjakra við atkvøðum sínum í tinginum. Politikarin atkvøður, har hann fær hægsta prís fyri sína atkvøðu. Sagt verður fyri heilt vist, at prísurin fyri eina atkvøðu er komin upp á hálvtannaðhundrað milliónir.

    Meðan politikarar spæla matador við samfelagsins virðum, situr ein fólkapensjón- istur og roknar út, at hann hvørki hevur ráð til hoyritól, nú hann er vorðin so deyvur, ella til at umvæla tekjuna, sum lekur. Hann hevði annars kunna fingið einar 2000 kr meir upp á viðbótina um mánaðan, um politikararnir høvdu unt fólkapensjónist- unum eitt ískoyti, svarandi til virði av bert einari atkvøðu í tinginum.

    Jú, nóg mikið tykist vera til av peningi. Her snýr seg bert um raðfesting, at raðfesta menniskju hægri enn maskinur og mata-dorar. Um fólkapensjónistar skulu liva eitt virðiligt og innihaldsríkt lív í landinum, velst einans um hugburð og politiskan vilja.

    Arne Thorsteinsson

    Hvussu verður við næsta blaði ella næstu bløðunum?

    Næsta blað fer framvegis at eita Sólsetur, tí einki nýtt navn er funnið. Hetta skal finnast á komandi aðalfundi, sum verður í mai 2014. Nevndin hevur lovað at kunna limirnar væl um framferðarháttin hesum viðvíkjandi: Uppsot um nøvn, hvør tekur støðu til nøvnini, atkvøða um góðkendu nøvnini, sum limirnir helst skuldu kent, áðrenn atkvøðuna á aðalfundinum. Blaðið kemur væntandi út aftur í apríl 2014, hvør tá verður blaðstjóri, men passandi kundu tey góðkendu nøvnini komið við í blaðið tá, sum verður Sólsetur nr. 34, og hetta átti at verið evsta mark fyri at latið uppskot inn um nýtt navn.

    Nevndin má útnevna nýggjan blaðstjóra og blaðnevnd í góðari tíð, so tey saman við nevndini fáa tíð til at gera tingini so klár og góð fyri limirnar, at eingi ivamál fara at stinga seg upp aftaná aðalfundin.

    Viðvíkjandi Blaðnum!Hetta blaðið – Sólsetur nr. 33 – verður eftir ynski frá nevndini ikki sent limunum hvør sær, men í einum pakka til formannin í hvørjum felag, sum so má syrgja fyri, at limirnir fáa sítt eintak, annaðhvørt við at avheinta tað hjá formanninum ella í hølunum hjá felagnum, ella við at tað verður borið limunum. So er tað upp til feløgini, um tey hava boðað nevndini frá, hvør er formaður í felagnum. Hetta tiltak verður gjørt fyri at minka um útreiðslurnar við útbering gjøgnum Posta.

    Blaðið verður harumframt sent til:Røktarheim, Ellisheim, Sambýlir, Eldra-dagtilhald, Bókasøvn, Stovnar, Kommu-nurnar í Føroyum, Viðtaluhøli hjá Kommu- nulæknunum, Fólkaskúlar í Føroyum, Bløðini, Loftbornu Miðlarnar, Samarbeiðs-feløg í Norðurlondum, og annars til fólk, sum hava latið tilfar til blaðið.

    Tilsamans verða send út hesa ferð 1520 eintøk, prentað verða 1550 eintøk.

    SK

  • 4

    men hansara kærleika. Gud er djarvur. Tí nyttar tað. Og í sama mun, sum tú fært eyguni upp fyri Guds trúfesti, kemur tú eisini at trúgva, at tað nyttar.

    Tú kanst ikki. Fullkomuliga rætt! Men Gud kann. Og hann vil. Tað hevur hann sagt við teg, tá ið hann tók teg til sín.

    Amen!

    So nyttar tað. Tað er heilt skeivt, tá ið vit hugsa, at vit líka so gott kunnu halda uppat at vera kristin, tí at vit als ikki duga tað. Hvussu ofta miseydnast ikki hjá okkum. Vit detta niður í tær gomlu syndir-nar. Vit avgera enntá, at nú skal tað ikki endurtaka seg. Vit lova Gudi, at um hann bara vildi fyrigeva okkum eina ferð afturat, so skuldu vit ongantíð gera tað aftur; tí so skuldu vit taka okkum saman. Men áðrenn vit sjálv ánaðu, lógu vit aftur í fallinum. Vit megnaðu ikki at stýra sinni okkara. Tey kærleiksleysu orðini gluppu okkum av munni. Ella hvat tað nú var. Og so var hin Óndi har beinanvegin og teskaði okkum í oyra: Tað nyttar einki; tú megnar tað ikki; tú egnar teg ikki til at vera kristin, gevst við tí.

    Men trúfastur er hann, sum kallaði okkum. Tað er ikki nakað, vit sjálv hava funnið uppá, at vit skulu vera kristin. Tað er Guds hugskot, ikki okkara. Hann vildi. Langt áðrenn vit ánaðu, hvat alt snúði seg um, valdi Gud okkum til síni børn. Hann gav okkum skírnargávuna. Ikki tí hann sá teir stóru møguleikarnar í okkum, men tí hann roknaði við sínum møguleikum.

    Tað er ikki treytað av okkara evnum,

    Ljós á leiðiniPetur Martin Rasmussen

    Trúfesti

    »Trúfastur er tann, sum kallaði tykkum, og hann skal eisini gera tað.«

    (1.Tess.5,24)Petur Martin Rasmussen høgrumegin saman

    við starvsbróður sínum Emil Olsen

    Hoyvíkar kirkja

  • 5

    .

    SálmurLag: Bønin er mín himmalstigi

    Komið við til urtagarðin, tit, ið freisting fullu í, har, sum Jesus inn er farin, til sítt harða bønarstríð. Svikakoss hann fekk í løn. Harri, lær meg tína bøn! Komið við til dómatingið, har, sum rættur settur er. Einki skuldarprógv er fingið, háð og spott og skemdargerð var hans lutur í mítt stað. Líða, Harri, lær meg tað.

    Komið við til rættarstaðið, síggið hesa sterku mynd: Lívið læt á krossartræi fyri alla heimsins synd. Deyði hans er lív hjá mær. Doyggja, Kristus, tú meg lær!

    Komið við til gravarmunnan árla eina morguntíð. Har í grøv bert deyðin unnar, eingil ber tó boð so blíð: Hann reis upp, sum bleikur lá. Lat meg, Jesus, uppreisn fá! James Montgomery 1820

    N.F.S.Gruntvig 1837

    Sigvald Kristiansen 2012

    N.F.S. Grundtvig

    James Montgomery

    Sigvald kristiansen

  • 6

    um dagin, tá er te og kaffi ikki íroknað. Vit kenna okkum ikki tyst og gloyma tí at drekka. Tá er skjótt at gerast dehydreraður.

    Frá barni av, hava vit eina verju, so húðin heldur seg fuktiga, produserar feitt natúrliga og er í javnvág. Hettar fellur við aldrinum. Tað er altíð best, at vit verja okkum og smyrja okkum inn, so vit metta húðina, so ávirkanin uttanífrá ikki sleppur at niðurbróta okkara verju.

    Sólarljósið er gott fyri okkum. Tað hjálpir okkum at upptakað D-vitaminir til húðina, styrkir okkara immunverju. Vit blíva minni stressaði og í betri lag.

    Um summarið eru vit meira úti og blíva brún av sólini, sólin gevur okkum D-vita- minir, sum hjálpir okkum at upptakað kálk, ið er umráðandi fyri okkara húð og beinagrind. Tað eru nokk tey flestu sum halda, tað er deiligt við eitt sindur av farvu. Vit mugu tó minnast til at verja okkum ímóti teimum farligu strálunum í sólini, tá er gott at hava gott sólkrem, vit skulu helst smyrja andliti við sólfaktor 15 og kroppin við sólfaktor 10, so eru vit væl vard, ikki vera sparin við sólkreminum, vit blíva brún allíkavæl, tað tekur kanska eitt sindur longri tíð, men liturin heldur betur og longur á húðini. Vit eiga ikki at lata húðina brennast og blíva reyða. Um vit ikki smyrja sólkrem á húðina, blívur húðin turr og

    Vit vilja øll síggja gott út og náa ein høgan aldur. Vit eru nógv útsett av ávirkan uttan- ífrá, av veðri, vindi og allari dálking, eisini ávirkast húðin av tí vit eta, tí skulu vit vera góð við okkum sjálvi, røkta húðina og verja okkum.

    Húðin er tað einasta organið, ið er sjón-ligt hjá menniskjum. Húðin er okkara stórsta organ, og dekkar hon næstan tveir fermetrar og vigar umleið 10 kg hjá einum miðal vaksnum persóni.

    Húðin hevur nógvar eginleikar, tá tað kemur til at verja okkara organir og regu- leran av kropshita. Húðin virkar sum feitt- depot og reagerar uppá sansirnar sum til dømis trýst, følisansirnar, kulda og hita. Tískil er húðin eitt av okkara týdningar- miklastu organum. Harafturat avdúkar húðin okkara aldur, heilsu og psykisku vælveru.

    Tað er nógv, íð kann ávirka okkara húð. Eru vit nógv inni, er tað eisini inniluftin sum ávirkar okkum, við tað at inniluftin er turr og ger, at vit blíva meira turr og hava brúk fyri meira vætu til húðina, hetta gera vit við at brúka gott krem við olju í fyri at metta húðina. Sum vit eldast minkar sjálvs- verjan í kroppinum, og vit eru meira móttakilig, húðin gerst meira turr, og er tað sera umráðandi, at vit fáa nokk av vætu. Vit eiga at drekka 1,5 l ella 6 gløs av vætu

    Lív og heilsa

    Húðrøkt og vælvera!

    Helena Viderø

  • 7

    manglar føðslu, so vit blíva skjótari rukkut. Um summarið uppbyggja vit eisini kroppin til veturin.

    Tey flestu av okkum eru væl ílatin um veturin fyri at verja okkum ímóti kuldan- um. Nógv hugsa ikki um at hjálpa húðini at verja seg, so húðin má arbeiða serliga hart. Tað hevur við sær, at húðin arbeiðir serliga nógv og fær eitt tjúkt lag av deyðum húðsellum, sum leggja seg sum verju. Tað er gott at strúka burtur av ella vaska og turka húðina leysliga. Tú fært eitt frískari dæmi, og krem og olja treingja betur inn í húðina.

    Vit royna eftir førimuni at verja húðina eisini. Vit smyrja krem á húðina, men vit mugu minnast til, at um veturin hava vit brúk fyri meira verju, t.v.s. krem við meira olju og uttan anga, ikki vætukrem um veturin uttan so, at vit smyrja eina góða olju undir, tað kann vera babyolja, jojoba olja ella onnur góð olja, so eru vit væl vard. Um vit ikki metta húðina, verður hon turr og vit fáa skjótari rukkur.

    Vit fáa øll rukkur, tað er natúrligt, at vit síggja á húðini at vit eldast, vit kunnu saktans eldast og vera vøkur og við einari væl røktari húð.Vit eru øll ymisk og við ymiskari útsjónd. Tað byrjar við mimiskum rukkum, tað eru tær rukkurnar sum síggjast, tá vit smílast og røra andlitið

    natúrliga. Sum árini ganga, fáa vit fleiri rukkur, nøkur meir og onnur minni. Sum vit eldast blívur húðin minni elastisk. Men rukkur er ein sjarma, tað sær ónatúrligt út, um vit ongar rukkur hava, andlitið blívur tómt og úttryksleyst við einum smíli og ongum rukkum.

    Trúgvi, allar ommur halda, tað er ordi- liga fitt, tá ommudóttirin kemur og sigur, eg vil eisini hava sovorðnar rukkur sum omma við eyguni, og mugu tær ikki eisini fara at koma? :)

    Eitt sitat sigur, og eg endurtakið á donskum:

    »Et pænt udseende åbner ikke dørene til himmeriget; men det får hængslerne til at glide lettere«.

    Susanne Melchiorsen

  • Inntøkurnar vóru til samans 271.939,30 kr. Útreiðslurnar til samans 374.626,25 kr. Úrslit: -102.686,95 kr. Innistandandi til samans: 156.064,76 kr. Roknskapurin varð einmælt góðkendur.

    Til nevndarvalið gingu Elisabeth Ellings-gaard, Inna Nattestad og Finnur Johansen út í ár. Nevndin stillaði hesi upp til valið: Árna Johannesen, Elisabeth Ellingsgaard, Finn Johansen, Innu Nattestad og Hans Marius Joensen. Atkvøtt varð við seðlum.

    Vald vórðu: Elisabeth Ellingsgaard, Finnur Johansen og Inna Nattestad. Hans Marius Joensen varð valdur til 1. tiltakslim og Árni Johannesen til 2. tiltakslim.

    Viðvíkjandi at broyta navnið á felags-blaðnum varð skrivað út navnakapping. 19 uppskot komu inn. Í dómsnevndina hevði nevndin valt Jóan Paula Joensen, Anfinn Johansen og Marjun Arge Simonsen. Formaðurin las nøvnini upp, og hann upp- lýsti, at nevndin kundi ikki mæla til at taka

    8

    AðALfundurin 2013

    Hósdagin 2. mai var ársaðalfundur Lands-felag Pensjónista á Hotel Hafnia. Byrjað varð við døgurða í Høllini kl. 12. Fundurin varð settur á Parnassinum kl. 13.30.

    Arne Thorsteinsson, formaður, setti fundin og beyð øllum at vera hjartaliga vælkomin. Síðan bað hann fundarfólkið reisa seg og minnast tey, ið farin eru síðan seinasta aðalfund.

    Nevndin ætlaði at leggja fram uppskot um at broyta viðtøkur felagsins, men av tí at ov fáir limir í felagnum vóru á fundi, varð lýst til eykaaðalfundar eftir aðalfundin.

    Sigvald Kristiansen varð valdur til fundarstjóra, og Heini F. Petersen varð valdur til fundarskrivara.

    Arne Thorsteinsson greiddi frá arbeiðinum, sum nevndin hevði tikist við síðan seinasta aðalfund. Nakrar viðmerkingar vóru til formansfrágreiðingina.

    Fía Selma Nielsen, kassameistari, legði fram grannskoðaðan roknskap fyri 2012.

    Nevndin 2013: Árni, Ingrid, Arni, Inna, Elisabeth, Alma, Hans Marius.

  • 9

    Frá fundinum

    Heini F. Petersen, fundarskrivari, og konan Marna

    Frá døgurðaborðhaldinum

    nakað av hesum nøvnunum. Á fundinum vóru ymsar meiningar um nøvnini. Gjørt varð av at útseta málið og at fáa fleiri upp-skot til nýtt navn.

    Nevndin setti fram uppskot um at hækka limagjaldið úr 10 kr. upp í 20 kr. Fólk vóru ymisk á máli um hetta. Samtykt varð at hækka limagjaldið upp í 20 kr.

    Sum sagt, varð lýst til eykaaðalfund, av tí at ov fáir limir vóru møttir á fundi, so at aðalfundurin kundi gera broytingar í viðtøkum felagsins.

    Eftir steðg í 10 minuttir varð eyka- aðalfundurin settur. Arne Thorsteinsson greiddi frá teimum broytingum, sum nevndin var samd um at gera. Eitt sindur av orðaskifti var um hetta. Uppskotið hjá nevndini varð viðtikið við nøkrum broytingum.

    At enda takkaði Arne Thorsteinsson Sigvaldi og Heina og øllum fundarfólkinum fyri ein góðan fund, og fyrsta ørindi av tjóð-sanginum varð sungið.

    Heini F. Petersen

    Árni Johannesen tók myndir á veitsluni,

  • 10

    ferð til Slovakia

    Vága Pensjónistafelag skipaði fyri heilsu-bótarferð til Dudince í Slovakia. Tað var gjøgnum Ziebe Rejser í Esbjerg, at ferðin varð gjørd. Við vóru fólk ymsastaðni úr Føroyum, eitt úr Danmørk umframt ferða-leiðaran, Helge Bech, 30 fólk til samans.

    Flogið varð úr Kastrup 14. juni kl. 10.55. Eftir at hava flogið í slakar tveir tímar, setti flogfarið seg í Budapest í Ungarn. Koyrdu so við bussi til Dudince í Slovakia. Fingu frálíka móttøku á gistingarhúsinum, Dia-mant, har vit so skrivaðu okkum inn. Hetta er eitt hugnaligt gistingarhús. Har eru bæði tvímanskømur og einmanskømur, pláss er fyri 187 fólkum. Aftur at gistingarhúsi-num er knýtt ein ógvuliga stór lækna- og viðgerðardeild.

    Stutt eftir tað, at vit vóru komin, varð fa-rið til lækna til kanningar at vita hvørjar viðgerðir, vit skuldu fáa. Síðan fingu vit við-gerðarskrá – nógvar ymsar viðgerðir hvønn dag.

    Áhugavert var at síggja fólkini, sum vóru úr ymsum londum, ganga við viðgerðar-seðlum í hondini og fara inn í tey ymsu rúmini til viðgerðar.

    Í lýsingafaldaranum er skrivað, at tað eru 30 sjúkrarøktarfrøðingar og terapeutar, sum geva um 50 ymsar viðgerðir, og har eru eisini serlæknar.

    Í gistingarhúsinum er svimjihylur bæði inni og úti, so at nógv varð svomið, tí at ógvuliga heitt var, og fólk lógu og sólaðu sær. Til bar at fara til hárfríðkan, andlitis-røkt og fótarøkt. Eisini bar til at venja í venjingarrúminum og mangt annað.

    Skipað varð fyri útferðum. Sunnudagin 16. juni fóru vit útferð til Budapest. Áin Donau skilir býin sundur í tveir partar, Buda og Pest. Har sóust bátar og skip fara siglandi eftir ánni. Vit sóu ymsar vakrar bygningar, t.d. Sankta Stefans kirkju, sum er ógvuliga stór og prýðilig. Farið varð at byggja hana um aldaskiftið 1900, og hon var ikki liðug fyrr enn 51 ár seinni. Hon er gjørd til minnis um Stefan 1. hin Heilaga, sum var fyrsti kongur í Ungarn. Sagt varð, at hann kristnaði Ungarn. Pávin krýndi hann til kong við Stefanskrúnuni í 1001. Vit gingu eftir gongugøtu, og vitjað varð inn í handlar.

    Vit vóru eisini hjá einum vínbónda, sum

    Diamant Hotel

  • nógvar viðurkenningar fyri sítt góða vín. Í 2013 var eitt av hansara vínum mett at vera besta vín í Slovakia.

    Vit fingu eisini høvi at gera útferð til býin Banska Bystrica. Har bar til at keypa í eini stórari sølumiðstøð.

    Sunnudagin 23. juni vóru vit í evangel- iskari kirkju, summi vóru í teirri katólsku. Um kvøldarnar sótu vit í kaffistovuni og hugnaðu okkum og prátaðu. Livandi tón-leikur var næstan hvørt kvøld, so at tú kundi fara upp og fáa tær ein dans, um tú vildi. Eisin vóru vit til konsert í biohøllini.

    24. juni varð farið heim aftur. Ein frálík ferð var komin at enda.

    Heini F. Petersen

    búði 20 km frá hotellinum. Vit fingu slovak- iskan viðskera upp á breyð, og so var møguleiki hjá teimum, sum vildu, at smakka ymisk sløg av víni. Hetta vínvirkið er 100 ára gamalt. Sýndur varð okkum vínkjallarin. Har var hópur av víntunnum, stórar ammur og smærri. Í vínkjallaranum vórðu vit sett við borð. Har sungu vit »So vakrar moyggjar og knappar menn« og »Sára eitur genta mín«. Úti í túninum slógu vit ring og kvóðu »Her nógv er at gera ein fær ikki frið.« Onkur dani og onkur russi og nakrir týskarar vóru við í ferðini. Slovakiski ferðaleiðarin greiddi frá á russiskum og týskum. Danski ferðaleiðarin umsetti til danskt. Vínbóndin hevði fingið

    11

    Hin síðan av Diamant Hotel

    Við svimjihylin

  • 12

    røða á ársveitslu pensjónista 2012

    Eg takki fyri innbjóðingina og heiðurin, mær er vístur at kunna halda røðu við ársveitslu tykkara í kvøld. Sjálvur nærkist eg um fáar mánaðir teim seksti og eg havi tann forrætt at eiga foreldur, ið Harrin hevur vælsignað við ávikavist 84 og 86 árum.

    Minnir og upplivingarFari í kvøld at siga frá minnum og uppliving- um, mær hava verið fyri, fyrst úr heim- bygdini, Trongisvági, síðani frá tveimum støðum, mær hevur untst at vitja, í ávika-vist Avstralia og bygdina Almolonga í mið- amerikanska landinum Guatemala.

    Barnaár í Trongisvági Frá barnaárunum í Trongisvági minnist eg aldrandi mann, sum var nær skyldur nú-verandi formann í Landsfelag Pensjónista, navn hansara var Martin Thorsteinsson. Eg minnist serstakur søgur um hendan, sum hava sett seg fast í minni mítt, m.a. um, hvussu hann plagdi leggja frá landi, einsamallur í árabáti, syngjandi sangir um Frelsaran, meðan hann spakuliga róði inn- og úteftir Tvørafjøðri.

    Eitt annað minni er frá abba mínum Petur Karl, sum var virkin innan arbeiðara- rørsluna. Minnist hann og aðrar frá val- døgum, hvussu teir brúktu teir møguleikar, tátíðin gav at ávirka veljaran. Spakuliga

    koyrdi lastbilur aftur og fram eftir vegunum, meðan hesir stóðu við mikrofon uppi í lastini og eggjaðu fólki at fara á val og velja flokk teirra.

    Triðja minni er um lágvaksnan mann, sum við stavi í hond spákaði aftur og fram eftir vegunum á Tvøroyri og ofta var gestur í barnaheiminum. Sjálvt smádreingirnar heilsaði hann uppá og tók sær tíð at práta við. Seinni gjørdist hann lærari mín, fittur, blíður og vinsælur. Maðurin var Petur Mohr Dam, hann sum seinni gjørdist løg-maður Føroya, og sum man eiga æruna fyri størstu framburðir eldru okkara at gagni – fólkapensjónina og aðrar sosialar ábøtur.

    Havi mangan undrast áEg hevði nøkur ómetaliga rík og gevandi barnaár inni í vakra Trongisvági. Líðir, fjøll, skorar, áir og hagar vóru natúrligu spæli-pláss okra. Heima myndaði mamman trygdina og trivnaðin, pápi, ja, havi mangan undrast á, hvussu hann megnaði alt. Tíðliga upp at mjólka og ambæta neytum

    Jenis av Rana, gestarøðari

  • 13

    og seyði, síðani í Rangabotn at høgga kol, heimaftur at røkta neytini, síðani á kommunuskrivstovuna at álíkna skatt, og mangan mundu okur, tá hann troyttur kom heim út móti midnátt, sita og bíða eftir hjálp til skúlaarbeiði okra. Má nevna her, at varð sokallaði flatskatturin innførdur á døgum teirra, eftir sama leisti, sum nú er gjørt, høvdu hesi, sum stríddust fyri at yvirliva, ongan lætta fingið, meðan tey vælbjargaðu, tá, sum nú, høvdu verðið undirborin.

    Úr Trongisvági til AvstraliaSum nevndarlimur í alheimslæknafelags-skapi WCDN untist mær fyrr í ár at vera við á ráðstevnu í Brisbane í Australia. Har møtti eg tveimum monnum, hvørs søgur eg neyvan fari at gloyma. Annar er læknin Sean George, frá India, hin evangelisturin Dominggos Kenjam, frá Indonesia. Tað, hesir høvdu til felags, var, at teir høvdu møtt deyðanum, máttu lúta fyri honum, men vórðu bjargaðir aftur. Bønir teirra trúgvandi til Harra lívsins, gav teimum lívið aftur. Søgu sína søgdu teir báðir ráðstevnu- luttakarunum, sum vóru læknar og heilsu- starvsfólk úr øllum heiminum. Væl og virðiliga vóru hesar søgur læknaliga doku-menteraðar, og fyri meg og konuna var samveran við hesar báðar, sum høvdu verið deyðir í ávikavist ein og nakrar tímar, millum lívsins bestu, og enn ein áminning um, hvussu trygt tað er at hava grundað lív sítt á tað støðið, sum ikki svíkur.

    Við norðmonnum í Guatemala. Í 2002 møtti eg fyri fyrstu ferð norðmann- inum Trygva Brekke. Umframt at vera stjóri í deildini fyri altjóða samstarv í Stavanger kommunu, eru hann og kona hansara leiðarar í samkomuni Kristen Tjeneste. Ein sjáldsamur maður, sum brennur fyri sínari søk, sum fyrst av øllum er at boða boðskapin um Frelsaran. Árið eftir bjóðaði hann mær við sær og 17 øðrum norskum samkomu-leiðarum á ferð til Guatemala. Endamálið var at kanna ta ovurhonds broyting, sum

    var farin fram í einari áður blóð- fátækari bygd, Almolonga, sum tá og enn er umgyrd av størstu fátækt.Vit búðu tvær nætur í grannabygdini Quet-zaltenango. Eina dagin vitjaði eg í banka-num, bæði innan- og uttanfyri dyrnar stóðu hermenn á vakt við løddum skotvápnum. Men sum vit koyrdu út úr Quetzaltenango og nærkaðust Almolonga, ein fjarstøða uppá 5 km, broyttist alt. Blikkskúrarnir, fátækradømið og vónloysið í eygum teirra, vit møttu í Quetzaltenango, vórðu avloyst av vøkrum húsum og vælkløddum og smílandi fólkum í Almolonga. Illa klæddu børnini, full fólk og hermenn á varðhaldi vóru als ikki at síggja í Almolonga.

    Broytingin í Almolonga Hví hesin munur, hvat hendi? Jú hetta hendi tann dagin, tá tey fult og heilt valdu at seta álit sítt á ta trygd, sum Skapari teirra, og okra, bjóðar øllum, sum seta álit sítt á Hann.

    Undrið byrjaði tað kvøldið, ein av hesum druknu monnunum kom slørandi gjøgnum býin, navn hansara er Mariano. Hann var miðskeiðis í 30 árunum, dagligdagur hansa- ra var merktur av drukk og óflýggjaskapi. Men nakrar ferðir hevði hann verið til tjaldmøtir, sum amerikanskur trúboðari hevði har á leiðum. Frelsarin kallaði hann, men hann stóð kallinum ímóti. Bráddliga hoyrdi hann eina rødd, klára og týðuliga siga: »Eg fari at nýta teg í verki mínum.« Mariano hugdi rundanum seg, men har var eingin. Hann gjørdist púra edrúur. Hann skilti, at tað var Gud, ið talaði. Mariano gjørdist ongantíð aftur hin sami, lívið broyttist 100%.

    Eins íðin og Mariano hevði verið í tænastu deyðans, gjørdist hann í tænastu nýggja vin síns, Jesusar. Alla staðir, har hann kom, prædikaði hann óræddur evangeliið. Menniskju vórðu frelst og grødd, og mongum, ið sett vóru av illum andum, bað hann fyri til frælsi. Og fleiri enn ein vakti Andi Frelsarans aftur til lívið gjøgnum forbønir Mariano.

  • meðan yvirflóð og friður eyðkennir Almolonga, upplivir tú sum sagt í nærmastu granna-bygdina við 300000 íbúgvum størstu neyð, fátækt og vanrøkt. Og tú setir lívið í vanda, um tú vágar tær út á gøturnar har.

    Almolonga og Føroyar.Almolonga og tað sum har hendi, er ein fyrimynd fyri tað samfelag, sum eg kundi ynskt mær, at Føroyar vórðu.

    Eitt samfelag, har okur fult út gera brúk av øllum tí ríka tilfeingi, Skaparin hevur givið okkum, men fyrst og fremst av tí til-feingi sum er í at seta álit okra fult, heilt og treytaleyst á Hann!

    Føroyar hava allar fortreytir fyri at kunna verða eitt paradís fyri okkum, sum hava tann forrætt at búgva her. Skaparin hevur givið okkum eitt náttúrutilfeingi, sum ber av øllum og sum er nokk til allan okkara tørv, um vit raðfesta tað rætt og seta álit okra fult og heilt á Hann.

    Vón mín og bøn er, at Hann, sum gav okkum landið, má gerast høvuðsráðgevi okkara í øllum lívsins spurningum, persón- liga og politiskt.

    Jenis av Rana

    14

    Síggj hann fyri tær, spákandi gjøgnum býin, ikki slørandi sum áður, men gripin av boðskapinum um Frelsaran, sum umbroytti hann og tey, hann bað fyri. Allastaðni boygdu tey seg fyri boðskapinum, valdu Frelsaran treytaleyst, vendu við og søktu Harran.

    Mær nýtist neyvan at siga tær, at hag-tølini vísa, at 92 % av íbúgvunum í dag eru endurfødd trúgvandi, sum av heilum huga seta álit sítt á Skaparan og brúka Hann sum ráðgevara í øllum spurningum!

    Hagtøl úr Almolonga.Fyri at nevna nøkur sigandi hagtøl frá tíðini áðrenn og eftir undrið, so var støðan fyri 20 árum síðani hon, at:

    tá búðu 6000 fólk í Almolonga í størstu neyð og vesaldómi, nú er íbúgvaratalið 24000. 24000 glað, lukkulig og frísk menniskju,

    tey jarðaðu dagliga 2-3 smábørn. Hesi doyðu av sjúkum og hungri. Í dag er barna-deyði eitt ókent fyribrigdi í Almolonga,

    tá vóru 36 barrir í býnum. Í dag eru tríggjar, bert vitjandi aðrastaðni frá koma á dyr,

    tá vóru 4 fangahús í Almolonga, einki teirra er til í dag, meginparturin av løgreglu- monnunum eru givnir, tørvur er ikki longur á teimum, teir 3, ið eftir eru, fáast við toll- og skattaavgreiðslu,

    arbeiðsloysi er ókent fyribrigdi í dag, tvørtur- ímóti streyma arbeiðsfólk í túsundatali hvønn dag til Almolonga úr fátækradømi-num, tey liva í, og býurin verður nevndur grønmetisgarður Ameriku, tí bøndurnir har hvønn dag senda stórar trailarar við grøði til Mið- og Norðuramerika,

    miðallivialdurin í Almolonga, sum fyri 20 árum síðani var 40 ár, er í dag útímóti tí, vit kenna her heima,

  • 15

    80 ár 23. september 2013.Er hon nevnd, so er hon kend

    Góða Alma!

    Vit halda, at tú hevur uppiborið eina heilsan frá okkum.

    Við áttati árum á baki og við meira ella minni baldrutum royndum gjøgnum lívið, hevur tú ta vitan og tann vilja, ið skal til, fyri at skilja okkara lív sum eldri.

    Tað er eingin loyna, at tú ert ein eldsál á nógvum økjum, tá tað ræður um tey veikastu í samfelagnum. Títt »motto« sigur so nógv: »Lat tey, ið eiga nokk ella ov nógv hava frið, tey hava tað nokk uppiborið, men tey ringast stillaðu skulu eisini liva – ikki bara ana«.

    Tí brennur tú fyri teimum eldru, sum eru fíggjarliga ringast fyri. Tú forsømir ongan møguleika at gera vart við tíni sjónarmið. Eingin av okkara fólkavaldu eru í iva um tína meining.

    Okkara føðingardagsynski til tín má tí vera, at tey, ið ráða fyri borgum, ikki bert lurta, men eisini fara til verka at fremja títt og okkara hjartamál:

    At allir pensjónistar fáa fíggjarlig og góð livikor, sum gera tað møguligt at verða sum longst í egnum heimi.

    Alma Petersen

    Alma Petersen, nevndarlimur í Landsfelag Pensjónista

    N.B. Vit vita, at tú vilt leggja afturat: »Ja, og so verður tað bíligari fyri samfelagið.«

    Vit ynskja tær eina góða framtíð, og takka tær fyri gott og hugnaligt samstarv, sum vónandi varir við.

    Hjartaliga tillukku við degnum.

    Vegna nevndina

    Elisabeth Ellingsgaard,

    Inna Nattestad

  • 16

    Blaðstjórin leggur frá særVegna sjúku havi eg boðað nevndini frá fyri góðari tíð síðani, at eg ikki longur eri førur fyri at røkja starvið sum blaðstjóri á Sólsetur, sum blaðið eitur enn, vit fáa ikki nýggja navnið at vita fyrr enn aftaná næsta aðalfund. Hetta er so síðsta Sólsetur, sum eg havi lagt til rættis saman við hinum limunum í blaðnevndini. Hvør nýggjur ábyrgdarblaðstjóri verður og blaðnevnd, fer nevndin hjá Landsfelag Pensjónista at avgera.

    Fyrsta blað ella tíðindaskriv, sum Landsfelag Pensjónistanna tá sendi út til feløgini, var Pensiónista Tíðindi oktober 1994. Hetta var eitt duplikerað blað. Nevndin stóð aftanfyri hetta, og formaður var Albin Vang.

    So hendi ikki meira fyrr enn í mars 1996. Á ársfundinum árið fyri kom uppskot um at geva eitt blað út tvær ferðir um árið og senda tað til limirnar. Obert Eliasen kom við uppskoti um at kalla blaðið Sólsetur við undirteksti Blað teirra eldru. Hetta fekk góða undirtøku. Símun P. Poulsen og Jóhan Hansen skuldu leggja fyrsta blað til rættis, men so doyði Jóhan Hansen, og einki blað kom út í 1995.

    Sólsetur nr. 1 kom út mars 1996, har S. P. Poulsen hevði ábyrgd. Í nevndini hjá Landsfelag Pensjónistanna var Albin Vang form. og Schønning Eysturoy næstform., og S.P.P. skrivari.

    Sólsetur nr. 2 kom út nov. 1996. Hetta ár doyði Schønning Eysturoy, og vara-maður hansara Mogens Petersen kom í nevndina, og S.P.Poulsen hevði ábyrgd av blaðnum. Albin Vang framvegis formaður í nevndini.

    Einki blað kom út í 1997, óvist av hvørjari orsøk.

    Sólsetur nr. 3 kom út apríl 1998. For-maður í nevndini var nú Tómas Tómasson, í blaðnevndini sótu annars Sigvald Kristi- ansen og S.P. Poulsen við ábyrgd.

    Sólsetur nr. 4 kom út apríl 1999.

    Sigvald Kristiansen

    Formaður í nevndini er Tómas, annars í blaðnevndini Sigvald, Ejler B.Viderø og S.P. Poulsen við ábyrgd.

    Sólsetur nr. 5 kom út nov. 1999. Blað-nevnd og ábyrgdarhavandi teir somu. Nú er reglulig gongd komin á útgávuna av blað-num, eitt nr. á vári, og eitt nr. á heysti. For-maður í nevndini er Tómas.

    Sólsetur nr. 6, nr. 7, nr. 8, nr. 9, nr. 10, nr. 11, koma út regluliga við somu blaðnevnd og ábyrgdarhavandi. Formaður í nevndini er framvegis Tómas.

    Sólsetur nr. 12, nr. 13, nr. 14 koma somuleiðis regluliga út. Nú er Niclas Akra-berg Poulsen formaður í nevndini, annars sama blaðnevnd og ábyrgdarhavandi.

    Sólsetur nr. 15 hevur nú sum útgevara Landsfelag Pensjónista. Annars sama blaðnevnd og sama ábyrgdarhavandi. Niclas er formaður í nevndini.

    Sólsetur nr. 16, nr. 17 hava sum blað-nevnd Tómas, Sigvald og S.P.P. sum ábyrgd- arhavandi. Niclas formaður.

  • 17

    Sólsetur nr. 18, nr. 19 hava sum blað nevnd S.P.P. við ábyrgd og Sigvald. Niclas framvegis formaður.

    Sólsetur nr. 20, nr. 21, nr. 22, nr. 23 hava nú Sigvald sum ábyrgdarhavandi, annars í blaðnevndini Tómas og S.P.P., Niclas er framvegis formaður.

    Sólsetur nr. 24 fer Tómas úr og inn kemur ístaðin Inna Nattestad í blaðnevndina, saman við S.P.P. og Sigvald, sum er ábyrgd- arhavandi. Niclas er framvegis formaður í nevndini.

    Sólsetur nr. 25, nr. 26, nr. 27, nr. 28 hevur nú sum blaðnevnd Sigvald við ábyrgd og annars Innu og Árna Johannesen. Sigvald er nú eisini formaður í nevndini.

    Sólsetur nr. 29 hevur somu blaðnevnd og ábyrgdarhavara. Nú er Arne Thorsteins-son formaður í nevndini. Nevndin heitir á Sigvald um at halda fram við starvinum sum ábyrgdarblaðstjóri

    Sólsetur nr. 30, nr. 31, nr. 32, nr. 33 hava somu blaðnevnd: Sigvald ábyrgd, annars Inna og Árni. Hendan blaðnevnd hevur sostatt stjórnað 10 teimum seinastu Sólsetur. Sigvald hevur havt ábyrgd av 14 bløðum, og annars sitið í blaðnevndini og verið við at lagt til rættis 31 Sólsetur. Arne er framvegis formaður í nevndini.

    Undirritaði hevur sostatt havt nógv við blaðið at gjørt ígjøgnum hesi seinastu 15 árini. Eg eri vorðin góður við blaðið, og eg havi roynt at sett míni fingramerki á tað. Tað er við sorgblídni, at eg nú má siga far-væl til blaðstjórastarvið. Eg ynski blaðnum eina góða framtíð, um tað so verður við øðrum navnið og undir øðrum formi.

    Og eg ynski nevndini í Landsfelag Pensjónista og nevndunum í teimum ymisku feløgum og øllum limum felagsins yvirhøvur alt tað besta í komandi tíðum.

    Sigvald Kristiansen

    Vit minnastTað tynnist í vinaskara, tað uppliva vit í okkara aldursbólki so týðuliga næstan hvønn dag. Tey einstøku eldrafeløg kenna sakn, tá ein av teirra limum má strikast av limalistanum. Ikki ber til at nevna øll andlát, men her frá blaðnum Sólsetur má Ejler B. Viderø fáa eina stutta umtalu, nú vit hoyrdu í útvarpinum, at hann var deyður.

    Ejler gjørdi eitt stórt ósjálvsøki arbeiði fyri Landsfelagið sum grannskoðari og kas-sameistari í gjøgnum nógv ár, eisini sum limur í blaðnevndini, sum í árunum 2004-06 fekk álagt at gera uppskot um ábøtur á viðtøkur og lógir Landsfelagsins, sum harðliga trongdu til at dagførast. Her setti Ejler við sínum stóra kunnleika til lógir og paragraffir sín dám á úrslitið, so øll feløgini kundu taka undir við hesum.

    Eisini okkara lokalfelag Kumlá hevur eftir stuttari tíð mist tríggjar av sínum limum.

    Kristian Rasmussen, sum nógv tey sein- astu árini ikki orkaði at koma til fundirnar, men trúliga fylgdi við, hvat gekk fyri seg í felagnum. Petur Olsen, sum elektrikari mangan rætti eina hjálpandi hond, tá okkurt brek var við ljósi ella komfýri. Og Hans Poulsen, sum var nevndarlimur í løtuni og var kassameistari ígjøgnum nógv ár. Hans hevði við síni stillu medferð stóra ávirkan í nevndini, tá ábøtur skuldu gerast á húsini hjá felagnum, har hann og familjan høvdu búð eitt drúgvt tíðarskeið. Fyrsta stigið er framt, næsta stigið verður farið undir, tá fíggjarligu viðurskiftini loyva tí.

    Við drýpa høvur í samkenslu við tey avvarðandi og minnast hesi farnu við takk-semi fyri teirra lut í tí felags arbeiði, sum vit øll standa í til frama fyri okkara limir og øll eldri her á landi.

    S.K.

  • 18

    Mikumorgun 14. august 2013 andaðist Hans Poulsen aftaná heilt stutta sjúkra- legu, 78 ára gamal. Hans var ættaður úr Klaksvík, har hann búði, inntil, hann hevði lokið preliminerskúla. Eftir lokið prógv fór hann á háskúla í Danmark í 1956-57. Heimafturkomin fór hann í skrivstovulæru á skipasmiðjuni í Havn, har hann eisini hitti Marnhild, ættað úr Kollafirði, sum hann gekk í hjúnarband við 19. august 1961.

    Tey fingu døturnar Sonju og Hannu, meðan tey enn búðu í Havn, har Hans starvaðist sum skrivstovumaður, aftaná at lærutíðin var lokin, og sonin Heðin eftir at tey vóru flutt inn á Skála.

    Aftaná at hava starvast á Havnar skipa- smiðju í nøkur ár, fekk Hans í 1964 starv á Skála Skipasmiðju sum leiðari á skriv- stovuni, seinni sum innkeypsstjóri. Tey fyrstu hálvtannað til tvey árini búðu tey á

    Strondum, áðrenn tey fluttu inn á Skála, har tey hava búð síðan og hava fest røtur.

    Starvið á Skála Skipasmiðju skuldi á ein hátt blíva Hansa lívsstarv. Har treivst hann væl tey nærum 25 árini, hann starvaðist á Skipasmiðjuni.

    Skála bleiv eisini har tey bæði, Hans og Marnhild, saman við børnunum komu til at kenna seg at hoyra heima.

    Hans var røkin og nærlagdur, arbeiðs- samur, trúfastur og álítandi í øllum tí, sum han fekst við. Altíð tilreiðar at hjálpa og vegleiða – og var góður við fólkið, hann starvaðist saman við. Hóast Hans av lyndi var lítillátin og spaklyntur, kundi hann á sín stillføra hátt vera sera skemtingar- samur.

    Hans var ein evnaríkur maður – hevði fjølbroytt evnir og var sera fittur í hondunum. Hettar undraðist fólk á – jamen, er hann ikki skrivstovumaður?... Um tað so var

    Minningarorð um Hans Poulsen á Skála

  • 19

    motorur, timbur ella tøkni á seinni árum, so fekk hann tað til at bera til, uttan mun til hvussu var ella ikki. Visti hann ikki bei-nanvegin hvussu, so las hann seg til tað – og var tað heldur ikki nógmikið, so fann hann sjálvur uppá, hann hevði gott hugflog. Hann var ein vitandi maður og las nógv, einamest yrkisbókmentir.

    Tað var helst ikki av tilvild, at hann kom til at starvast á skipasmiðju, tí at hann hevði altíð serligan áhuga fyri skipum, og ikki minst hevði hann stóran tokka til bátar, sum hann eisini sjálvur hevur bygt tveir av. Tá ið Bátafelagið varð stovnað, bleiv hann sjálvsagt fastur fúsur har!

    Harafturat hevði Hans sera gott oyra fyri tónleiki, og hóast tað, at hann kundi spæla uppá hvat ljóðføri, tað skuldi verið, um hann legði í, so var tað serliga mandolinin, sum hevði hansara áhuga, og sum hann spældi uppá. Mandolinina fekk dótturin Hanna frá honum, tí at hon hevur arvað evnini til at spæla uppá Mandolin. Mandu-linina fekk hann sum tøkk fyri hjálpina at pakka út og ymiskt annað, tá ið Simmi stovnaði tónleikahandilin í Havn á sinni. Litillátin sum hann var, vildi hann ongantíð vísa síni tónleikaevni framm, hóast eggjaður til tað.

    Sum frálíður vaksa børnini til og fáa eisini børn, abbabørnini! – nýggju í tali, trý hvør, tað elsta 30 ár og tað yngsta 9 ár – seks dreingir og tríggjar gentur. Áh, sum hann var góður við abbabørnini – og tey við hann! – hann vildi gera alt, alt sum var fyri abbabørnini og familjuni sum heild eisini. Tað var ongin endi á tí hjálpsemi, vælvild og kærleika, hann hevði til og vísti konu, børnum, abbabørnum og verbørnum!: »babba, góði kanst tú ikki ringja fyri meg og bíleggja....«, »Hans/babba/abbi, góði kanst tú ikki koma og koyra meg til... og/ella koma eftir mær...« – og hann leyp nærum á loystum avstað, hvørja ferð.

    Tey seinnu árini, árini sum pensiónistur, bleiv hann meiri og meiri ein partur av ‘bygdarmyndini’. Teir seigligu biltúrarnar í bygdini og inn í Skálabotn. Tað besta,

    abbabørnini vistu, var at fara biltúr við abba. Har fingu tey eitt prát við abba og so sjálvandi okkurt góðgæti. Hettar, at tíma at fara biltúr við abba, vuksu tey ongantíð frá!

    Hans var takksamur fyri lívið og nøgdur við lívið sum heild á gamalsaldrinum. Hann helt seg hava eitt ríkt lív. Familjan hevði stórsta týdning fyri hann, harafturat hevði hann nógv ymisk ítriv, so sum at putlast við bátin í túninum, tíanverri náddi hann ikki at uppliva hann á floti...

    Kaffitúrarnir út til bakaran, at keypa kaffi og okkurt afturvið og so út í bátahylin at njóta kaffi, ímeðan eyguni og hugurin sveimar út yvir bátar og fjørð.

    Og túrarnir inn í Skálabotn til ein kaffi-munn, oftast saman við konuni, har tey altíð hittu fólk, sum tey fingu eitt hugnaligt prát við.

    Hvønn tann einasta leygardag kl. 14 (og mangan til síðsta mann) var hann úti í »Kahúttini«, skúrinum hjá bátafelagnum. Tað einasta, sum kundi forða honum í at fara, var tá ið okkurt serligt var í familjuni.

    Tá ið hann náddi pensiónsaldur, kanska enntá eitt sindur fyrr, gjørdist hann virkin í Eldrafelagnum Kumlá og fekk konuna við, hóast hon er nakað yngri. Hann hevði bókhaldið um hendi og sá til, at lýsing- arnar komu í fjølmiðlarnar. Var við í tiltøkum, pensionistafelagið skipaði fyri, men tó mest í tiltøkunum í heimbygdini Skála, tí heimkærur var hann. Men, týskvøldshugnin í hølunum hjá eldra- elagnum fór sjáldan framvið, uttan at tey bæði, Hans og konan, vóru við. Hann spældi kort, sjavs – hon sat við stokkum og bant.

    Góði elskaði babba, sárt fari eg at sakna teg, eg ætlaði at tú skuldi verða her nógv ár afturat. Hvønn skulu vit nú spyrja um het-tar og hattar? Hvaðar skulu vit nú venda okkum at fáa ráð? - og annars bara at vera saman við tær. Missurin er stórur...

    Hvíl í friði – vit koma aftaná, tá tíð er

    Við sorg í sinni

    dóttir tín Sonja

  • 20

    røða á ársveitslu pensjónista 2013

    Fyri nøkrum árum síðani segði frælsishetjan og fyrrverandi forsetin í Suðurafrika, Nelson Mandela, soleiðis:

    »Um tað er nakað, eg eri bangin fyri, so er tað at vakna ein morgun, og ikki vita, hvat eg skal gera«.

    Uttan iva eru tað fleiri, sum hava somu kenslu, sama ótta, sum Nelson Mandela. Hetta skal eg venda aftur til.

    Eg eri biðin um at siga nøkur orð um Samhaldsfasta. Lat okkum fyrst hyggja at søguni hjá Samhaldsfasta, áðrenn vit viðgera framtíðina hjá honum.

    Søgan um SamhaldsfastaLógin um Samhaldsfasta varð samtykt av Føroya Løgtingi í 1988. Táverandi land- stýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, Vilhelm Johannesen, var faðir at uppskot- inum. Uppskotið hevði til endamáls at fáa eina eftirlønarskipan sum eitt ískoyti til fólkapensjónina. Okkara grannalond høvdu tá havt arbeiðsmarknaðarligar eftirlønar-skipanir í fleiri ár.

    Skipanirnar í grannalondunum høvdu tað til felags, at útgjaldið var individuelt.

    Tann, sum hevði goldið nógv inn, fekk nógv út. Tann sum hevði goldið lítið inn, fekk lítið út. T.v.s. at læknin fekk munandi meira út úr skipanini enn t.d. ein flakakvinna.

    Tær individuellu skipanirnar høvdu tað til felags, at tær vóru dýrar at umsita. Hvør einstakur borgari skuldi hava sína egnu samansparingarkontu. Tað hevði við sær, at ein ikki so lítil partur av samansparingini varð brúktur til umsiting, og tískil ikki kom eftirlønarsamanspararanum til góðar.

    Danska skipanin kallast ATP, og tað kom

    ikki av ongum, at danskarar søgdu, at ATP var ein stytting av »Alt til pamperne«.

    Táverandi Landsstýri vildi ikki gera sama mistak sum grannalondini. Í Føroyum skuldu vit hava eina einfalda skipan, sum ikki kravdi eina tunga fyrisiting. Peningurin skuldi fara til veruliga endamálið, nevniliga eftirløn.

    Landsstýrið valdi eina skipan, har allir føroyingar rindaðu sama prosentpart inn í skipanina, og allir føroyingar 67 ár ella eldri fingu sama krónutal úr skipanini.

    Skipanin er serstakliga einføld og bílig umsitingarliga. Ein kona í hálvtíðarstarvi tekur sær einsamøll av dagligu umsitingini av Samhaldsfasta.

    Týðandi partur av pensjónsskipaniniSeinastu 20 árini eru bæði inngjald og útgjald hækkað líðandi, og útgjaldið í dag er 2.850,- krónur mánaðarliga.

    Samhaldsfasti er tískil vorðin ein týðandi partur av inntøkugrundarlagnum hjá tykkum pensjónistum.

    Aksel V. Johannesen, gestarøðari

  • Sjálvandi kundi okkurt verið betri, men alt tað, sum er ein sjálvfylgja í dag, hevði ongin hoyrt um, tá tit vóru børn. Tað samfelagið, sum tit lata frá tykkum til næsta ættarlið, er eitt ríkt samfelag. Eitt samfelag, har møguleikarnir hjá einstaklin-ginum eru óendaligir. Eitt samfelag, sum tey, sum undan tykkum vóru, bara kundu droyma um.

    Tit kunnu av sonnum vera errin.

    Uppgávan hjá okkumEins og tað var tykkara uppgáva, so er tað uppgávan hjá okkara ættarliði at skapa virðiligar karmar hjá fráfarandi ættarliðnum at liva og virka undir í ellisárunum.

    Eins og tað var tykkara uppgáva, so er tað uppgávan hjá okkara ættarliði at tryggja komandi ættarliði eitt samfelag, sum er minst líka gott sum tað, vit hava móttikið frá tykkum.

    Tað er tað, samhaldsfesti snýr seg um.

    Okkara ættarliðVit kunnu hóskandi spyrja, um okkara ættarlið megnar sínar skyldur.

    Óhepnu sparingarnar á røktarheim- unum eru eitt tekin um, at tað gera vit ikki.

    At forskatta pensjónirnar og brúka peningin nú, er annað tekin um, at tað gera vit ikki.

    Fólkaframskrivingar vísa, at um 25 ár verða tað 4000 fleiri pensjónistar, og 4000 færri føroyingar í arbeiðsførum aldri. Tá komandi pensjónistar rinda sín skatt nú, og ikki koma at rinda skatt, tá teir verða pensjónsitar, so verða 4000 færri føroyingar at at rinda skatt. Og hesir 4000 færri føroyingarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu rinda fyri 4000 fleiri pensjónistar.

    At forskatta pensjónirnar er ikki at vísa ábyrgd og samhaldsfesti mótvegis komandi ættarliði. Tað er at senda rokningina til okkara børn at gjalda.

    Samhaldsfasti kemur av orðinum samhalds- festi. Samhaldsfesti merkir sínamillum ábyrgd millum allar borgarar. At vit sum menniskjur ikki bara hava ábyrgd fyri okkum sjálvum, men eisini mótvegis hvørj- um øðrum.

    Samhaldsfesti merkir eisini sínámillum ábyrgd millum ættarliðini. Eitthvørt ættar-lið hevur skyldu til at vísa ábyrgd mótvegis komandi ættarliði, so teimum verður tryggjað eitt minst líka gott samfelag, sum vit hava fingið borið í hendur frá ættar- liðnum undan okkum.

    Tykkara partur liggur ikki eftirTykkara ættarlið kann vera stolt av tí, tit hava avrikað. Samfelagið, ið tit hava latið víðari til okkara ættarlið, er eitt heilt annað og ríkari samfelag, enn tit móttóku frá ættarliðnum undan tykkum. Tá tit fyri meira enn eini hálvari øld síðani fyri fyrstu ferð fóru til arbeiðis, hevði ongin hoyrt um vælferðarsamfeløg. Skal eg at nevna úr rúgvuni, hvat er avri-kað í tykkara tíð, so kann eg nevna: • Vit hava fingið Fólkapensjón til øll. • Vit hava fingið Samhaldsfasta til øll. • Vit hava fingið røktarheim, sambýli og heimarøkt til tey, sum eru óhjálpin ella partvíst óhjálpin. • Vit hava fingið barnagarðar og vøggu- stovur, so mammurnar hava fingið javnbjóðis møguleika við páparnar at luttaka á arbeiðsmarknaðinum. • Vit hava fingið skipanir, sum taka hond um tey, sum bera brek, sálarsjúku ella menningartarn. • Vit hava fingið arbeiðsloysisstuðul til tey, sum verða rakt av arbeiðsloysi. • Vit hava fingið lestrarstuðul til tey, sum nema sær útbúgving. • Vit hava fingið rentustuðul til tey, sum byggja ella keypa hús. • Vit hava fingið skipanir, sum veita fíggjarliga hjálp til stakar uppihaldarar. • Vit hava útbygt samferðslukervið, so tað er lætt at ferðast í mun til fyri 50 árum síðani.

    21

  • arbeiðis, tá vit vita, at talið av arbeiðsførum føroyingum fer at minka munandi komandi árini, meðan talið av pensjónistum fer at vaksa munandi.

    Endamálið við einari pensjónsskipanHvat er endamálið við eini pensjónsskipan? Endamálið við einari pensjónsskipan má vera, at øllum verður tryggjað eina grund-leggjandi inntøku, so vit øll somul kunnu klára okkum á gamalsaldri.

    Vilja nøkur okkara liva betri enn tað, so skulu hesi sjálvsagt vera vælkomin til at hava sína egnu eftirlønarsamansparing, men tað skal samfelagið ikki leggja seg út í.

    Endamálið má eisini vera at finna eina haldføra skipan. Skilt á tann hátt, at hon skal ikki bara gagna verandi pensjónistum, men eisini komandi ættarliði.

    Uppgávan er at finna eina einfalda pensjónsskipan, har samanspardi pening- urin ikki verður uppetin í umsiting, men fer næstan óskerdur til endamálið við skipanini, nevniliga pensjón.

    Uppgávan er at finna eina skipan sum hvørki revsar ella tvingar, men eggjar fólki at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum, eftir tey eru farin um tey 67.

    Samhaldsfasti er loysnin:Og nú vendi eg aftur til Samhaldsfasta. Er Samhaldsfasti ikki svarið?

    Eg kundi hugsað mær, at vit løgdu Samhaldsfasta og fólkapensjónina saman, so vit bara hava eina pensjón. Samhalds-fasta fólkapensjónin.

    Verður fólkapensjónin tikin av fíggjar- lógini og løgd saman við Samhaldsfasta, so kann skatturin minka munandi og inn-gjaldið til Samhaldsfasta hækka samsvarandi.

    Pensjónin hækkar:Útrokningar vísa, at inngjaldið kann hækka úr 1,75 % frá hvørjum parti til 7,5 %. Hetta uttan at nakar okkara fer at rinda meira til felagskassarnar tilsamans, enn vit gera í dag.

    Gera vit tað, so kann útgjaldið úr

    Pensjónsnýskipanin hjá LandsstýrinumLøgtingið hevur samtykt, at allir føroyingar skulu tvingast við lóg at rinda 15 prosent av síni løn inn á eina pensjónskontu.

    Kemur at merkjast hjá lægru inntøkunum:Tað fer at tyngja nógv um hjá lægru

    inntøkunum, sum longu í dag kenna fíggjarliga trongrúmið. Longu frá komandi ári skulu allir løntakarar rinda eitt prosent av síni løn til eina tvungna eftirlønar- skipan. Tvungna inngjaldið fer síðani at økjast við einum prosenti árliga til inn- gjaldið er komið uppá 15 prosent í 2028.

    Hetta kemur at gera trupla gerandis- dagin hjá nógvum løntakarum munandi truplari komandi árini.

    Umsitingarkrevjandi skipan:Ætlanin við pensjónsnýskipanini hjá lands- stýrinum er, at vit skulu spara saman hvør í sínum lagi.

    Og treytirnar eru bæði nógvar og fløktar. T.d. kann ein samansparari í mesta lagi rinda 15 % til kapitalpensjón, 45 % til lívrentu og 40 % til ratupensjón. Eftirlønin og onnur inntøka skulu síðani mótroknast í allari fólkapensjónini - eisini grundar- upphæddini.

    Málið eigur at vera ein einføld skipan við lítlari ella ongari umsiting. Landsstýrið hevur valt eina torskilda, fløkta og umsiting- arkrevjandi skipan. Tað fer at hava við sær, at stórur partur av samansparingini fer til umsitingarútreiðslur.

    Virkin á arbeiðsmarknaðinum.Við at mótrokna í fólkapensjónini verða pensjónistar ikki eggjaðir at verða virknir á arbeiðsmarknaðinum, um hugurin ella møguleikin er til tess. Tvørtur ímóti!

    Pensjónistarnir verða fíggjarliga revsaðir, um teir fara til arbeiðis. Teir skulu ikki bara rinda skatt, sum vit onnur, inntøkan skal eisini mótroknast í fólkapensjónini.

    Tað er hvørki gagnligt fyri einstaka pensjónistin ella samfelagið, at hava skip- anir, sum revsa penjónistar, um teir fara til

    22

  • Ongin mótrokning:Útgjald úr Samhaldsfasta verður ikki mótroknað í aðrari inntøku, hvørki í inn-tøkuni hjá einum sjálvum ella hjúna- felagnum. Tá fáa vit eina skipan, sum eggjar pensjónistum at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum heldur enn, sum nú, har tey verða revsað, um tey fara til arbeiðis.

    Tí ongin av okkum vil koma í støðuna, sum Nelson Mandela segði seg óttast: At vakna ein morgun, og ikki vita, hvat vit skulu gera.

    Fleiri møguleikar eru uttan iva, men ein tílík skipan vildi verið einføld og tryggjað øllum eina rímiliga upphædd at liva fyri á eldraárunum – eggja, men ikki tvinga – pensjónistum at verið aktivir á arbeiðs- marknaðnum eftir pensjónsaldurin – ein- staklingurin hevði varðveitt sítt frælsi til at seta sína persónliga eftirløn saman eftir egnum ynski – og løntakarin hevði ikki verið tvungin við lóg til at spara saman 15 % av sínari løn, ið ofta ikki strekkir til longu sum er, hjá fleiri lønmóttakarum.

    Takk fyri og framhaldandi ein góðan dag.

    Aksel V. Johannesen

    Samhaldsfasta hækka til góðar 12.000 krónur um mánaðin áðrenn skatt. Til allar pensjónistar, bæði verandi og komandi.

    Eftir skatt gevur hetta umleið 500 krónur meira mánaðarliga, enn full fólkapen- sjón og Samhaldsfasti geva tilsamans í dag.

    Einføld skipan:Fyrimunirnir eru eyðsýndir. Vit fáa eina einfalda skipan, har allur peningurin fer til eftirløn og at kalla onki til umsiting.

    Øll pensjónin verður javnað:Meðan øll fólkapensjónin ikki verður javnað, so verður alt útgjaldið úr Samhalds- fasta javnað á hvørjum árið.

    Verður skattað við útgjald:Samhaldsfasti verður skattaður við útgjald, soleiðis at útgjaldið verður størst, tá talið av pensjónistum verður hægst, og verða skattainntøkur landskasssans tí eisini størst, tá tørvurin er størstur.

    Ábyrgd, samhaldsfesti og frælsi:Tá vísa vit ábyrgd og samhaldsfesti fyri ko-mandi ættarliði.

    Tá varðveitur einstaklingurin sítt frælsi at gera av, um viðkomandi vil spara meira saman, enn tað, sum verður spart saman umvegis Samhaldsfasta, uttan at politiska skipanin leggur seg út í hesi viðurskifti.

    23

  • 24

    Lønarmissurin hjá slíkum lærara er sostatt heilar 7.200 kr. um mánaðin. Lærarafelag- ið vísti á, at ætlaða lógarbroytingin hevði sera álvarsamar fíggjarligar avleiðingar við sær fyri teir lærarar, ið gerast varandi heilsuliga skerdir.

    Skipanin um »tillagað starv« og skipanin um »meirarbeiði« í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk eru eitt risaafturstig fyri rúmliga arbeiðsmarknaðin, í mun til undanfarnu skipan um »vard størv« í § 18 a í forsorgar-lógini, har tryggjað varð, at heilsuliga skerd skuldu hava full arbeiðsmarknaðarlig rættindi og skuldu hava fulla lønarkom-pensatión. Staðfestast má, at ásetingarnar í kapitul 6 og 7 í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, á álvarsaman hátt skerja fíggjarliga inntøkugrundarlagið hjá varandi sjúkum og heilsuliga skerdum.

    Verður lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk ikki broytt, fer trýstið at fáa passiva fyri-tíðarpensjón at vaksa.

    Kunnu varandi sjúk og skadd í framtíði-ni einans fáa arbeiði til undirløn sambært lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, verður støðan óivað tann, at insitamentið til at royna at arbeiða hóast sjúku ella skaða og harvið royna at forsyrgja sær sjálvum,

    frá Skrivstovuni Landsstýrið og løgtingið mugu broyta kapitul 6 og 7 í Lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk

    Á vári 2012 tilevnaðu embætisfólk í Almanna- málaráðnum sparilógaruppskot um lønar- og arbeiðsviðurskifti hjá heilsuliga skerd- um. Hesi spariuppskot vórðu sett í uppskot til løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.

    Í sambandi við, at løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk í mai 2012 varð skundað ígjøgnum og samtykt av løgting- inum, gjørdu Landsfelag Pensjónista umframt sjúklingafeløg í MBF og fakfeløg vart við, at kapitul 6 og 7 í §§ 21, 22, 23 og 24 – í nevndu lóg – um sonevnd »tillagað størv« og »meirarbeiði« til fólk við heilsu- ligum breki og fyritíðarpensjónistar – eru lógarásetingar, sum lønarliga diskriminera tey, ið hava ella fáa skerdan arbeiðs- førleika, orsakað av varandi sjúku ella skaða.

    Heilsuliga skerd fáa ikki arbeiði til vanliga sáttmálabundna løn, men lógásetta undirløn.

    Fólk, ið grundað á varandi sjúku ella skaða, hava ella fáa skerda arbeiðsorku og sum eru vanligir lønmóttakarar, tað veri seg lærarar, sjúkrarøktarfrøðingar, hjálp- arfólk á stovnum, skrivstovufólk ella aðrir líknandi starvsfólkabólkar, fáa sambært kapitul 6 og 7 í lóg um arbeiðsfremjandi til-tøk nevniliga ikki arbeiði til vanligar sátt-málabundnar treytir ella sáttmálabundna løn, men fáa løn og pensjónsgjald, ið aloftast er fleiri túsund krónur lægri um mánaðin, enn sáttmálarnir á avvarandi fakøkjum áseta.

    Føroya Lærarafelag vísti í hoyringsskrivi sínum til, at lærari, sum er 1/3 óarbeiðs-førur, sambært kapitul 6 í lóg um arbeiðs-fremjandi tiltøk, einans fær 22.800 kr. um mánaðin og ikki 30.000 kr. um mánaðin, sum hann hevur rætt til at fáa sambært lønarsáttmálanum hjá Føroya Lærarafelag.

    Ingrid Henriksen

  • 25

    hvørvur. Ásannast má, at kapitul 6 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk virkar beinleiðis sum lóg um arbeiðssker-jandi tiltøk. Skerda lønin ger, at varandi heilsuliga skerd fólk – hóast tey arbeiða – ikki hava møguleika at klára seg við lágu lønini og tískil mugu søkja um passiva fyri-tíðarpensjón (avlamnispensjón).

    Mugu broyta kapitul 6 og 7 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.

    Í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk verður ásett, at lógin skal endurskoðast aftaná tvey ár, so metast kann um, hvørjar broytingar mugu gerast í lógini. Vónandi og væntandi syrgir politiski myndugleikin – landsstýrið og løgtingið – fyri at broyta kapitul 6 og 7 í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, so innbygda lønardiskriminatiónin

    Ársveitslan í ár verður hildin hin 5. oktober. Veitslan verður hildin í »Dansifrøi« í Gunda- dali í Havn leygarkvøldið hin 5. oktober kl. 17.30. til uml. 02.00 ella so longi, orka og hugur er til tess.

    Tey, ið ætla at luttaka á ársveitsluni, verða biðin at gjalda 350 kr. á konto í Eik Banka.

    Seinasta freist at gjalda fyri veitsluna í Eik Banka á konto-nr. 9181.3637788 er fríggjadagin hin 27. september 2013.

    Kvittanin fyri inngjaldið uppá kr. 350 skal vísast fram sum atgonguseðil, tá komið verður á veitslu.

    Veitsluskrá:Koma kl. 17.30. Lutaseðlar verða seldir. Farið verður til borðs kl. 18.15.

    Høvuðsrættur: Lambskjógv og brún sós, hvít eplir og kryddað eplir, waldorfsalat, broccolisalat, pastasalat, reyttkál og heima-gjørt agurkusalat.

    og sosiala dumpingin av varandi heilsuliga skerdum í nevndu kapitlum verða strikað.

    Landsstýrið og løgtingið eiga at virða og halda Fyrimyndarreglur hjá ST, sum Lan-dsstýrið longu í 1999 tók undir við. ST arbeiðsmarknaðar fyrimyndarreglur, sum áseta, »at lógir og reglugerðir á arbeiðs- marknaðinum mugu ikki gera mismun á fullførum og brekaðum fólki«.

    Landsstýrið og løgtingið mugu broyta kapitul 6 og 7 í løgtingslóg um arbeiðs- fremjandi tiltøk – hetta soleiðis, at tryggjað verður við lóg, at skadd og varandi heilsu- liga skerd skulu hava arbeiði til vanligar sáttmálabundnar treytir og skulu hava vanliga sáttmálabundna løn og ikki, sum nú, bert sonevnt »tillagað starv« og »meirar-beiði« til lógásetta diskriminerandi undirløn.

    Ingrid S. Henriksen, fyritíðarpensjónsbólkurin

    hjá Landsfelag Pensjónista

    Ársveitslan 2013 hjá Landsfelag Pensjónista

    Desert: Heimagjørd lagkøka við kaffi ella te.Arne Thorsteinsson, formaður fyri Lands-felag Pensjónista, bjóðar vælkomin.

    Heri Mørkøre skipar fyri borðhaldinum.Undir borðhaldinum verður sungið. Andrass og Jónfinn spæla undir við sangi, tangentum og guitari.

    Lutaseðlar við nógvum góðum lutum verða trektir, áðrenn borðhaldið er liðugt.

    Aftaná borðhaldið spæla Andrass og Jónfinn til enskan dans.

    Eisini verður føroyskur dansur, har um-boð frá »Tøkum Lætt« skipa fyri.

    Seinni verður sjálvtøkuborð við kaffi, te og heimabakaðari gularótakøku. Eisini verða drykkivørur at fáa til keyps.

    Ársveitslan 2013 hjá Landsfelag Pensjó-nista verður lýst í bløðunum og í »Sólsetur« og á heimasíðu felagsins www.eldri.fo

    Nevndin

  • 26

    borðreitt varð við lambasteik við millum øðrum reyðkáli og valdorfssalati afturvið. Ein frálíkur døgurði.

    Klokkan 15.00 vórðu lutaseðlarnir trektir, meðan kaffi varð drukkið, og eftir tað var orðið frítt. Fleiri nýttu høvið til at siga sína hugsan, einamest fýltust fólk á heimahjálpina, ið var niðurlagað ella næs-tan tikin av.

    Klokkan 17.00 endaði Arni Thorsteins-son, formaður í Landsfelag Pensjónista, dagin, og loksins varð sálmurin »Boðar tú til allar tjóðir« sungin.

    Myndir Árni Johannesen

    Eldradagur í KlaKsvíK 2013

    Eldradagurin 2013 varð hildin í Klaksvík 25. mai. Landsfelagið er uppií, men tað er eldrafelagið á staðnum, ið skipar fyri eldra-degnum, og í hesum føri er tað »Eldra- felagið Hugni« í Klaksvík, ið skipaði fyri.

    Boðið varð til morgunmatarborð klokkan 9.00, og borðreitt varð við kaffi og te við breyði og viðskera og køkum afturvið umframt køldum drekkivørum.

    Lutaseðlar vórðu seldir, tí hóast lut- takararnir gjalda væl fyri at vera við, so er neyðugt við øðrum inntøkum.

    Marita Matras, forkvinna í Hugna, Eldrafelagnum í Klaksvík, beyð vælkomið klokkan 10.00, og klokkan 10.30 setti Jógvan Skorheim, borgarstjóri, dagin.

    Jógvan Brim er fundarstjóri, og klokkan 11.00 helt Axel Johannesen, løgtings-maður, ið var gestarøðari, fyrilestur um »Samhaldsfasta«.

    Harmonikutónleikur og munnharpa umframt ymiskt annað undirhald var á skránni. Eisini sang Hanus G. Johansen og spældi afturvið.

    Eftir hetta var ein steðgur, har til bar hjá fólki at fara gongutúr at síggja býin og fara til handils, eisini var kirkjan opin, og tað høvið vóru tað fleiri, ið gjørdu sær brúk av.

    Boðið varð til døgurða klokkan 13.00, og

    Frá borðhaldinum

    Jógvan Skorheim, borgarstjóri

  • Nú nýtist fáum at fara um firðir og fjøll. Tá ið tey stívliga 6000 fólkini, sum búgva í Suðuroynni, í Sandoynni og í Nólsoy, umframt tey 200 sum eru á útoyggjunum, eru undantikin, kunnu allir føroyingar, til eina og hvørja tíð, flyta seg í bili.

    Hesi ørindini hjá J. P. G. eru framvegis aktuell, ikki minst tá ið talan er um tey eldru í Föroyum.

    Hin gamli, sum fyrr var stirvin og tungur,hann verður so lættur, sum hann var ungur,á fundum í Føroyum.Tað ungdómslívger abbar og ommur sum ungu vívso lívlig í Føroyum.

    Tí samlist nú hvør, sum samlast kann,ung og gomul, kvinna og mann,til funda í Føroyum.Tað sagt er mær,mangt hugnaligt ber hvør aftur við særav fundum í Føroyum.

    Og teir, sum ikki ómakin spara,men fúsir um fjøll og firðir faratil funda í Føroyum,teir fremja tað verk, sum birtir ljós, ger evnini sterkog lívlig í Føroyum.

    Takk til fyrireikararnar fyri ein frálíkan eldradag.

    27

    Hugleiðingar

    Tá ið hugsað verður um eldradagin, har fleiri hundrað fólk úr øllum landinum hittast á fund, rennur einum í hug sangin hjá Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík, sum hann yrkti fyri stórthundrað árum síðani, har hann millum annað sigur:

    Her fólkið samlast á fundum fegin,her kenningar møtast, her nørist gleðinhjá fólki í Føroyum;og minnini góð berast lættliga fram, gera sinnini fró og lívlig í Føroyum.

    Tú hittur fólk, tú ikki hevur sæð í mong ár, kanska í eitt mannaminni, kanska í eina hálva øld ella meiri. Eisini hittast fólk, ið als ikki hava kenst, og summi teirra gerast vinfólk.

    Nógv er tó broytt í Føroyum síðan J. P. Gregoriussen yrkti sangin um fundir í Føroyum, tá ið hann sigur:

    Firðir og fjøll ei ferðini forða,unglingar lættir um heiðarnar sporatil funda í Føroyum,og bátarnir viðskera rennandi streym, føra fólkaliðtil funda í Føroyum.

    Hanus G. Johannsen Marita Matas, forkvinna í Hugna

    Finnur Johansen

  • Samanhald millum ættarlið