19
SKEIð VáRIð 2012

Gjaldstovan - Kursus 2012

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Kursus 2012

Citation preview

Page 1: Gjaldstovan - Kursus 2012

Skeið várið 2012

Page 2: Gjaldstovan - Kursus 2012

Inngangur 02

Seinastu fimtan árini eru krøvini til almennu umsitingina vaksin munandi. Ongantíð áður eru so nógvar ásetingar, mannagongdir og skipanir settar í verk at regulera ella leiða almenna virksemið. So hvørt, sum krøvini eru vorðin fleiri, hevur Gjaldstovan seinastu árini fingið álagt fleiri og fleiri uppgávur, har endamálið er at stuðla munadygga almenna fyrisiting.

Týðandi fyri, at alt skal virka úrslitagott, er, at vit skilja, duga og gera tað ymsa á sama hátt. Her er tað, at skeiðsvirksemið hjá Gjaldstovuni kemur inn í myndina. Vit bjóða skeið á teimum økjum, har vit veita tænastur, t.e.:

• upplýsingaratstýravið,

• roknskapurogbókhald,

• løniroglønarupplýsingarog

• KT.

Nøkur skeið eru grundleggjandi fyri at kunna arbeiða í roknskaparhaldi og stýring, og fyri summi skeið í partsskipanum í Búskaparskipan landsins er tað fyrimunur, at hava verið á øðrum skeiðum fyrst.

Landsnet er nýggj tænasta, sum Gjaldstovan veitir. Í hesum sambandi er serliga áhugavert at nevna, at Gjaldstovan fer at bjóða skeið í Sharepoint.

Skeiðini eru býtt í hesar høvuðsbólkar:• KT

• Bókhald

• Fíggjarstýring

• Regluverk

Skeiðini, sum verða hildin, eru næstan øll telduskeið, og verða tey í frálæruhølinum í Fíggjarmálaráðnum, sum er væl útgjørt við allari nútímans útgerð. Døgurði verður at fáa og ein drekkamunnur fyrrapart og seinnapartin. Tilmelding fer fram við at senda teldupost til [email protected]. Er okkurt at spyrja um, set teg so í samband við okkum. Ring á Gjaldstovuna,tel.352400, ella skriva til okkara á [email protected]

Vit bjóða tykkum vælkomin á skeið hjá Gjaldstovuni.

Page 3: Gjaldstovan - Kursus 2012

Innihaldsyvirlit 03

KT 05 Úrvalsbrúkaraskeið - Sharepoint 05 Úrvalsbrúkaraskeið – Landsnet 06 Rætturkt-atburðurítíalmenna Bókhald 07 Kontuskipanlandsins 07 Verkgongd 08 Debitor – Skráseta (grundskeið) 08 Debitor – Fyrispyrja (víðkað skeið) 09 Debitor – Stýra 09 Kassauppgerðogtøkurpeningur 10 Høvuðsbók– Skráseta (grundskeið) 10 Høvuðsbók – Fyrispyrja (víðkað skeið) 11 Kontuskipankommunanna Fíggjarstýring

12 Leiðslukunning – grundskeið 12 Leiðslukunning – rokniark 13 Leiðslukunning – búskett 13 Skipaðeftirlit - Hvat liggur í Roknskapargóðkenningini 14 Leitaeftirlønarupplýsingum 14 WEBløn 15 Leiðslukunning – politikkur 15 Leiðslukunning – kommunur Regluverk

16 Roknskaparkunngerðlandsins 16 Roknskaparkunngerðkommunanna 17 Atskipainnanhýsiseftirlit 17 Læratgeraroknskaparreglugerð 18 Skeiðínýggjujáttanarskipanini 18 Skeiðírundskrivinumumattakaneyðug búskaparligatlitogímál-ogavriksstýring

Page 4: Gjaldstovan - Kursus 2012

Á skránni várið 2012 04

Mars • 06. mar Kontuskipanlandsins • 07. mar Verkgongd • 09. mar Leiðslukunning – grundskeið • 12. mar Debitor – Skráseta (grundskeið) • 13. mar Debitor – Fyrispyrja (viðkað skeið) • 15. mar Debitor – Stýra • 19. mar Høvuðsbók – Skráseta (grundskeið) • 20. mar Høvuðsbók– Fyrispyrja (víðkað skeið) • 22. mar Kassauppgerðogtøkurpeningur • 27. mar Leiðslukunning – løn • 28. mar Leiðslukunning – rokniark • 29. mar WEBløn • 30. mar Leitaeftirlønarupplýsingum

Apríl • 10. apr Leiðslukunning – búskett • 11. apr KT-leiðreglurfyribrúkarar • 12. apr Úrvalsbrúkaraskeið – Sharepoint • 13. apr Úrvalsbrúkaraskeið – Landsnet • 17. apr Roknskaparkunngerðkommunanna • 18. apr Kontuskipankommunanna • 19. apr Leiðslukunning – kommunur

Mai • 02. mai Skipaðeftirlit – Hvat liggur í Roknskapargóðkenningini • 03. mai Roknskaparkunngerðlandsins • 04. mai Leiðslukunning – politikkur • 07. mai Atskipainnanhýsiseftirlit • 09. mai Læratgeraroknskaparreglugerð • 10. mai Skeiðírundskrivinumumattakaneyðugbúskaparligatlit ogímál-ogavriksstýring

Page 5: Gjaldstovan - Kursus 2012

Úrvalsbrúkaraskeið/Sharepoint Nær Eftiravtalu Hvar íFíggjarmálaráðnum,1.hædd Kostnaður 1.000kr.

KT 05

Úrvalsbrúkaraskeið / SharepointNeyðugt er hjá teimum stovnum, sum gera av at taka Sharepoint á Landsneti í nýtslu, at hava úrvalsbrúkarar at umsita Sharepoint loysnina hjá stovninum. Skeiðið verður hildið í smb. við at seta í verk loysnina.

Endamálið erat læra teir grundleggjandi partarnar í Sharepoint; at gera webstøð, síður, listar o.a., og harafturat at læra um rættindi hjá teimum ymsu brúkarunum.

InnihaldVitlæra:

• munin ímillum webstøð og websíður

• at gera webstøð og websíður við teimum rættindinum, sum eru tengd at tí

• hvussu skabelónir virka, t.d. publisher-, projekt- og workspaceskabelónir

• at stovna listar, t.d. tíðindi, links, bloggar og felagskalendara

• hvussu rættindi verða stýrd, t.d, brúkararættindi og atgongd til ymiskar síður

• um møguleikarnar við Sharepoint, t.d. frágreiðingar og metadáta.

Skeiðið er ætlaðteimum, ið hava fingið uppgávuna at umsita Sharepoint loysnina hjá stovnum í Landnseti.

ForkunnleikiTað er neyðugt at hava nøktandi telduførleikar og duga at brúka Sharepoint, sum brúkari.

Úrvalsbrúkaraskeið / LandsnetÚrvalsbrúkarin er longdi armurin hjá Landsnet support-ini. Av tí at úrvalsbrúkarin er staðbundin, hevur hann møguleika skjótt at loysa nógvu smáu og løttu uppgávurnar hjá stovninum.

Endamálið erat læra Landsnet-úrvalsbrúkaran tær uppgávur og tey amboð, sum eru neyðug at duga sum úrvalsbrúkari.

InnihaldVitlæra:

• hvat Landsnet er

• hvørjar uppgávur Gjaldstovan eigur, og hvørjar úrvalsbrúkarin eigur

• hvussu KT-Skivan og helpdesk-skipanin virka

• hvør munurin millum innankervið og fakskipanir er

• um rakstraravtaluna og SLA millum Gjaldstovuna og stovnarnar

• hvussu VPN verður sett upp

• um mannagongdir í smb. við at keypa teldur og stovna/strika brúkarar

• at seta fartelefonir upp, at taka ímóti teldupost og kalendara-synkronisering

• hvussu snarhjálp riggar

Skeiðið er ætlaðteimum, sum hava fingið uppgávuna at vera Landsnet-úrvalsbrúkarar á stovnunum.

ForkunnleikiTað er neyðugt at hava grundleggjandi teldurførleikar.

Úrvalsbrúkaraskeið/Landsnet

Nær 01.05.2012,kl.9-12 Hvar íFíggjarmálaráðnum,1.hædd Kostnaður Eingin Seinasta freist 26.04.2012kl.12.00

Page 6: Gjaldstovan - Kursus 2012

Rættur kt-atburður í tí almenna Nær Eftiravtalu Hvar íFíggjarmálaráðnum,1.hædd Kostnaður 1.000kr.

KT 06

Rættur kt-atburður í tí almennaEndamálið erat starvsfólkini eftir skeiðið skrivliga kunnu vátta, hvat verður væntað av teimum, tá ið tey brúka teld. Eitt týðandi mál er, at reglurnar, sum galda fyri at handfara teldupost, verða fataðar eintýtt.

InnihaldGreitt verður frá, hvussu dáturnar verða flokkaðar, sum stovnurin varðar av.

Serlig viðurskifti, sum eru galdandi fyri stovnin, verða greinað.

Gjaldstovan hevur, saman við øðrum stovnum, orðað brúkarakrøv. Undirvíst verður í hesum brúkarakrøvum, møguliga við tillagingum til einstaka stovnin. Greitt verður frá, hvat skrivliga brúkaraváttanin fatar um.

Skeiðið er ætlaðSkal endamálið við skeiðinum verða rokkið, so er neyðugt, at øll á stovninum luttaka.

ForkunnleikiEingin.

Page 7: Gjaldstovan - Kursus 2012

Kontuskipan landsinsEndamálið er• at skilja kontustrongin í Kontuskipan landsins

• at skilja millum tey sjey høvuðssløgini, so sum rakstur, løgur og flytingar

• at duga at skráseta á rættar standardkontur

InnihaldVitlæra:

• um, hví ein felags kontuskipan verður nýtt fyri tað almenna

• um munin millum almennu kontuskipanina og ta í einum privatum virki

• alment um skrásetingarsamanhang – frá stovnsbókhaldi til fíggjarlóg

• høvuðssløgini; hvat verður bókað hvar (meginreglur) vum standardkontur

• um viðskiftir/transaktiónir

Skeiðið er ætlaðteimum, ið røkja roknskaparligar uppgávur á almennum stovnum. Grannskoðarar hjá almennum stovnum og tey, ið hava áhuga fyri roknskaparhaldi landsins, kunnu eisini fáa gleði av skeiðinum.

ForkunnleikiTað er ein fyrimunur at skilja grundleggjandi bókhaldslig hugtøk.

VerkgongdEndamálið erat lýsa, hvussu Búskaparskipan landsins (BSL) er sett saman, millum annað munin á Fíggjarstýringarskipan landsins (FSL) og BSL. Verkgongdarskipanin verður gjøgn umgingin, og hugt verður at, hvussu kreditor rokningar verða viðgjørdar, og hvar í Leiðslukunningarskipanini ábyrgdarpersónar kunnu fylgja kreditorrokningum.

InnihaldVitlæra:

• um bygnaðin í Búskaparskipan Landsins

• at kontera rokningar í Verkgongd

• at stovna innanhýsis skjøl

• at finna rokningar aftur í Leiðslukunningarskipanini

Skeiðið er ætlaðteimum, ið arbeiða við ognarabókhaldi, og øðrum, ið kundu hugsað sær eitt yvirlit yvir, hvussu Búskapar-skipan landsins er sett saman.

ForkunnleikiTað er ein fyrimunur at vita um Kontuskipan landsins, og tað er neyðugt at hava grundleggjandi vitan um teld.

Kontuskipan landsins Nær 14.02.2012,kl.9-13 Hvar íFíggjarmálaráðnum,1.hædd Kostnaður 1.000kr. Seinasta freist 29.02.2012,kl.12.00

Verkgongd Nær 07.03.2012,kl.9-12 Hvar íFíggjarmálaráðnum,1.hædd Kostnaður 1.000kr. Seinasta freist 30.02.2012,kl.12.00

Bókhald 07

Page 8: Gjaldstovan - Kursus 2012

Debitor / Skráseta (grundskeið)Endamálið erat læra at loysa grundleggjandi uppgávur í skuldarabókhaldinum, serliga skráseting.

InnihaldVitlæra:

• hvussu partsskipanirnar í FSL-skipanini hanga saman

• at stovna kundar

• at skráseta rokningar

• at skráseta kreditnotur

• at knýta skjøl í skrásetingina

• at rætta konteringar í skrásettum rokningum/kreditnotum

• at allýsa faktura/vørulinjur

• at skriva rokningar/kreditnotur út

• og vit royna at skráseta sjálv

Skeiðið er ætlaðteimum, ið javnan skráseta krøv – vanligar rokningar ella ferðaforskot.

ForkunnleikiTað er ein fyrimunur at at vita um bókhaldsligu grund-hugtøkini, og tað er neyðugt at hava grundleggjandi vitan um teld.

Debitor / Fyrispyrja (víðkað skeið)Endamálið erat læra at loysa grundleggjandi uppgávur í skuldarabókhaldinum, serliga skráseting.

InnihaldVitlæra:

• hvussu partsskipanirnar í FSL-skipanini hanga saman

• at stovna kundar

• at skráseta rokningar

• at skráseta kreditnotur

• at knýta skjøl í skrásetingina • at rætta konteringar í skrásettum

rokningum/kreditnotum

• at allýsa faktura/vørulinjur

• at skriva rokningar/kreditnotur út

• og vit royna at skráseta sjálv

Skeiðið er ætlaðteimum, ið javnan skráseta krøv – vanligar rokningar ella ferðaforskot.

ForkunnleikiTað er ein fyrimunur at at vita um bókhaldsligu grund-hugtøkini, og tað er neyðugt at hava grundleggjandi vitan um teld.

Debitor / Skráseta Nær 12.03.2012,kl.13-16 Hvar íFíggjarmálaráðnum,1.hædd Kostnaður 1.000kr. Seinasta freist 06.03.2012,kl.12.00

Debitor / Fyrispyrja

Nær 13.03.2012,kl.13-16 Hvar íFíggjarmálaráðnum,1.hædd Kostnaður 1.000kr. Seinasta freist 07.03.2012,kl.12

Bókhald 08

Page 9: Gjaldstovan - Kursus 2012

Debitor / StýraEndamálið erat geva kunning um, hvussu Heilsufrøðiliga Starvs-stovan brúkar Debitor- og Leiðslukunningarskipanina at stýra sínum debitorum.

InnihaldVitlæra:

• at skráseta debitorar • bæði primer lokatión • og eyka lokatión

atskrásetarokningaríDebitor • skráseta eina rokning • senda rokningar millum stovnsnr • endurgjald fyri vard størv • fastar vørulinjur

atumbókadebitorrokningar • í Debitor • í Høvuðsbók

atfyrispyrja • yvirlit yvir debitorar í Leiðslukunningarskipanini • debitor útskriftir í FSL

Skeiðið er ætlaðteimum, ið javnan arbeiða við skuldarabókhaldi, t.d. skráseta, fyrispyrja ella stemma av.

ForkunnleikiTað er ein fyrimunur at hava verið á skeiði í Debitor – Skráseta og Debitor - Fyrispyrja.

Kassauppgerð og tøkur peningurEndamálið erat læra formligu reglurnar fyri at umsita gjaldføri; at læra at fylla út kassauppgerðarskjalið EK 25, t.d. eisini at tryggja, at ”kassin” stemmar.

InnihaldVitlæra:

• um tær formligu reglur, sum eru galdandi fyri at umsita tøkan pening

• hvat er ein kassauppgerð • hvussu kassauppgerðarskjalið EK 25 verður brúkt,

við ymiskum excel-modellum • hvørji skjøl skulu verða løgd við kassauppgerðarskjali • hvussu verður ”kassin” stemmaður av: • við uppteljing/kontuavriti • við bókhaldi

Skeiðið er ætlaðteimum, ið arbeiða við gjaldføri – antin í bókhaldinum ella í kassafunkuni.

ForkunnleikiTað er ein fortreyt at vita um tey grundleggjandi bókhaldsligu hugtøkini, og tað er ein fyrimunur at kenna Kontuskipan landsins.

Debitor / Stýra Nær 15.03.2012kl.9-12 Hvar íFíggjarmálaráðnum,1.hædd Kostnaður 1.000kr. Seinasta freist 09.03.2012kl.12.00

Kassauppgerð og tøkur peningur

Nær 22.03.2012,kl.13-16 Hvar íFíggjarmálaráðnum,1.hædd Kostnaður 1.000kr. Seinasta freist 16.03.2012,kl.12

Bókhald 09

Page 10: Gjaldstovan - Kursus 2012

Høvuðsbók / Skráseta (grundskeið)Endamálið erat læra at skráseta o.tíl. í Høvuðsbók.

InnihaldVitlæra:

• um hvussu partsskipanirnar í FSL-skipanini hanga saman

• at skráseta journalir (t.d. kassauppgerð) • at knýta skjøl í journalir • at skriva út journalir • at dagføra (bóka) journalir • at broyta tíðarskeið á journal • at afturføra journal • um ymsar viðkomandi roknskaparvegleiðingar

og • vit royna at skráseta sjálv

Skeiðið er ætlaðteimum, sum røkja høvuðsbókhaldið á stovninum.

ForkunnleikiAt vita um bókhaldsligu grundhugtøkini. Tað er ein fyritreyt at hava verið á skeiði í Kontuskipan landsins ella at kunna vísa á samsvarandi førleikar. Neyðugt er at hava grundleggjandi vitan um teld.

Høvuðsbók / Fyrispyrja (víðkað skeið)Endamálið erat læra at leita fram tær upplýsingar og skriva út tey út-prent, sum verða brúkt til fíggjarliga at stýra stovninum.

InnihaldVitlæra:

• hvussu partsskipanirnar í FSL-skipanini hanga saman

• at fyrispyrja um kontur

• at fyrispyrja um journalir

• skriva út kontuúrrit, rakstrarroknskap, fíggjarstøðu og játtanarroknskap

• um ymsar viðkomandi roknskaparvegleiðingar og

• vit loysa uppgávur

Skeiðið er ætlaðteimum, ið arbeiða við bókhaldi og roknskaparligum viðurskiftum, eins og teimum, ið hava áhuga í at fylgja fíggjarligu gongdini á stovninum.

ForkunnleikiAt vita um bókhaldsligu grundhugtøkini. Tað er ein fyritreyt at hava verið á skeiði í Kontuskipan landsins ella at kunna vísa á samsvarandi førleikar. Neyðugt er at hava grundleggjandi vitan um teld. Tað er eisini ein fyrimunur at hava verið á grundskeiði í Høvuðsbók.

Høvuðsbók / Skráseta Nær 20.03.2012,kl.13-16 Hvar íFíggjarmálaráðnum,1.hædd Kostnaður 1.000kr. Seinasta freist 14.03.2012,kl.12

Høvuðsbók / Fyrispyrja Nær 21.03.2012,kl.13-16 Hvar íFíggjarmálaráðnum,1.hædd Kostnaður 1.000kr. Seinasta freist 15.03.2012,kl.12

Bókhald 10

Page 11: Gjaldstovan - Kursus 2012

Kontuskipan kommunannaEndamálið er• at skilja kontustrongin í Kontuskipan kommunanna

• at skilja millum tey sjey høvuðssløgini, t.d. rakstur, løgur og flytingar

• at duga at skráseta á rættar standardkontur.

InnihaldVitlæra:

• um, hví ein felags kontuskipan verður nýtt fyri tað kommunala

• um munin millum almennu kontuskipanina og hana í einum privatum virki

• alment um skrásetingarsamanhangið – frá stovnsbókhaldi til fíggjarlóg

• høvuðssløgini; hvat verður bókað hvar (meginreglur)

• um standardkontur

• um viðskiftir/transaktiónir

Skeiðið er ætlaðteimum, ið røkja roknskaparligar uppgávur hjá kommununum. Grannskoðarar hjá kommunum og tey, ið hava áhuga fyri roknskaparhaldi hjá kommunum, kunnu eisini fáa gagn av skeiðinum.

ForkunnleikiTað er ein fyrimunur at skilja grundleggjandi bókhaldslig hugtøk.

Kontuskipan kommunanna Nær 11.04.2012,kl.9-12 Hvar íFíggjarmálaráðnum,1.hædd Kostnaður 1.000kr. Seinasta freist 05.04.2012,kl.12.00

Bókhald 11

Page 12: Gjaldstovan - Kursus 2012

Fíggjarstýring 12

Leiðslukunning / grundskeiðTú kanst við Leiðslukunningarskipanini fara tvørtur um, upp og niður gjøgnum allar tættir, yvir tíð, í fíggjar-lógarkontuskipan, Kontuskipan landsins og innanvirkis kontuskipan. Harafturat ber til í skipanini at hava eftirlit við innanvirkis fíggjarætlan; t.d. liðað sundur á stað og endamál. Eisini ber til at fáa yvirlit yvir ognarar, skuldar-ar, kontuavrit og at fáa talgildað skjal fram á skíggjan.

Endamálið erat geva grundleggjandi vitan um Leiðslukunningarskipanina og hvørjir møguleikar eru.

Innihald• innførsla í skipanina

• møguleikar at vísa dátur

• kontuavrit

• fakturar

• yvirlit yvir ognarar

• yvirlit yvir skuldarar o.s.fr.

• loysa uppgávur.

Skeiðið er ætlaðLeiðslukunningarskipanin kann verða nýtt á politiskum, strategiskum og taktiskum stigi. Hetta merkir so statt, at skeiðið er ætlað leiðslum, teimum, ið arbeiða við fíggjarviðurskiftum, og teimum, ið tørvar gott yvirlit. Skeiðið er eisini ætlað teimum, ið dagliga skráseta í FSL-skipanini, t.d. verkgongdarskipanini, høvuðsbók og debitorskipanini.

Forkunnleiki og fortreytTað er fyrimunur at duga bygnaðin í almennu kontu-skipanini. Harafturat skulu luttakarar vera upprættaðir sum brúkarar við atgongd til minst eitt stovnsnummar.

Leiðslukunning / rokniarkEndamálið erat læra at flyta dátur úr l Leiðslukunningarskipanini yvir í eitt ella fleiri rokniørk, og hvussu hesar dátur kunnu verða skipaðar og dagførdar.

InnihaldVitlæra:

• at flyta dátur yvir í rokniark

• at flyta ymsar síður yvir í sama rokniark

• at dagføra dátur, ið liggja í rokniarkinum

• hvussu til ber at vísa til ávísar dátur í rokniarkinum at brúka aðrastaðni í rokniarkinum.

Skeiðið er ætlaðøllum, ið tørvar at flyta dátur úr Leiðslukunningarskipanini yvir í rokniark.

FortreytLuttakarin skal hava atgongd til Leiðslukunningarskipanina.

Leiðslukunning / grundskeið Nær 09.03.2012,kl.9-12 Hvar íFíggjarmálaráðnum,1.hædd Kostnaður 1.000kr. Seinasta freist 05.03.2012,kl.12.00

Leiðslukunning / rokniark Nær 28.03.2012,kl.13-15 Hvar íFíggjarmálaráðnum,1.hædd Kostnaður 500kr. Seinasta freist 22.03.2012,kl.12.00

Page 13: Gjaldstovan - Kursus 2012

Fíggjarstýring 13

Leiðslukunning / búskettEndamálið erat læra handverkið at leggja eina fíggjarætlan inn í búskettpartin av Leiðslukunningarskipanini. Arbeitt verður í trimum dimensiónum, har tíðin eisini verður roknað sum ein dimensión.

InnihaldTosað verður í høvuðsheitum um, á hvørjum stigi tað er hóskandi at búsketta og um rullandi búskett.Undirvíst verður í virknaðinum í skipanini. Av tí at tað kann vera fløkjaligt at arbeiða í fleiri dimensiónum, so verður undirvíst eftir einum føstum leisti fyrst at gera yvirskipaða búskettið út frá eini dimensión, síðan at liða tað út á næstu dimensiónina t.d. standardkontur. Síðst verður búskettið býtt út á mánaðir.

Arbeitt verður fyrst við einum grundarbúsketti. Broyting ar til grundarbúskettið verða handfarnar í skipanini (vit kunnu kalla tað búskettversiónir), og víst verður, hvussu hesir virknaðir virka.

Standardbúskettini í skipanini eru á Strk og stað.

Skeiðið er ætlaðfram um alt stovnum, sum arbeiða við búskettum. Tínæst er skeiðið ætlað roknskaparstarvsfólkum, sum hava ábyrgdina av at viðlíkahalda búskett.

Forkunnleiki og fortreytÁbyrgdarøkið skal verða tillutað og upprættað. Neyðugt er at duga at brúka Leiðslukunningarskipanina.

Skipað eftirlit – Hvat liggur í Roknskapar-góðkenningini

Endamálið erat fáa fatan av, hvat roknskapargóðkenning fatar um, hvørji hjálpiskjøl eru tøk, og hvussu eitt rokn-skapareftirlit undirbyggir roknskapargóðkenningina.

InnihaldVitlæra:

• hvørjar formligar ásetingar eru um roknskapargóðkenning

• hvørji skipan roknskapurin verður góðkendur í

• hvat merkir hugtakið “ein rættur roknskapur”

• hvat merkir “eg góðkenni roknskapin”

• nær kann fyrivarni verða tikið, t.e. roknskapurin verður ikki góðkendur

• hvar í Leiðslukunningarskipanini síggjast roknskapargóðkenningarnar

Skeiðið er ætlaðSkeiðið er yvirskipað og tí kunnu øll, sum hava við roknskapargóðkenning at gera, fáa gagn av skeiðinum, men skeiðið er serliga ætlað roknskaparfólki og leiðarum á smáum stovnum.

ForkunnleikiEingin.

Leiðslukunning / búskett Nær 10.04.2012,kl.13-15 Hvar íFíggjarmálaráðnum,1.hædd Kostnaður 500kr. Seinasta freist 04.04.2012kl.12.00

Skipað eftirlit Nær 14.05.2012kl.13-16 Hvar íFíggjarmálaráðnum,2.hædd Kostnaður 1.000kr. Seinasta freist 08.05.2012,kl.12.00

Page 14: Gjaldstovan - Kursus 2012

Fíggjarstýring 14

Leita eftir lønarupplýsingumEndamálið erat geva yvirlit yvir, hvørjar lønardátur eru tøkar í ávíkavist Web-report, lønardátuvøruhúsinum og lønarbókhaldinum, og hvussu til ber at greina tær.

InnihaldVitlæra:

• at leita í lønarsmálutum • broytt størv • øll størv • lønargrundarkort

• at leita í lønardátuvøruhúsi • lønarsáttmálar • lønarsløg • lønir og ársverk • starvsheiti • eftirlønir • arbeiðsmarkanaðargjøld

• at leita í lønarbókhaldinum • ár • mánaðir • umbókingar • búskett • framrokning • flyta dátur yvir í rokniark

Skeiðið er ætlaðSkeiðið er ætlað leiðslum og teimum, ið arbeiða við lønarviðurskiftum annars og sum hava tørv á góðum yvirliti umframt skjótt og lætt at síggja, hvørjar broytingar hava verið.

FortreytTað er fortreyt, at luttakarnarnir til skeiðini hava atgongd til Web-report og í minsta lagi atgongd til lønardátur á einum stovnsnummari í Leiðslukunning.

WEBlønEndamálið erat geva grundleggjandi vitan um at arbeiða við skrásetingum í WEBløn.

Innihald• skráseta lønargjaldsumbøn

• fastar lønir

• leysar lønir

• stovna, broyta, strika

• WEB upprætting

• skráseta í WEBløn

• skráseta ein persón

• skráseta fleiri persónar

• ferðauppgerð og fundarpeningur

• viðhefta skjøl

• skjalaleitarin

• leita eftir løntakara/starvi/slagi/dagf

Skeiðið er ætlaðteimum, ið arbeiða regluliga við at skráseta løn, t.d. vanligar tímalønir, yvirtíð, fundarpening og ferðauppgerð.

ForkunnleikiAt luttakarar fáast við at avgreiða lønir og tí eru upprættaðir sum brúkarar í WEBløn og kunna innrita seg á portalin hjá Gjaldstovuni.

Leita eftir lønarupplýsingum Nær 27.03.2012,kl.13-16 Hvar íFíggjarmálaráðnum,1.hædd Kostnaður 1.000kr. Seinasta freist 21.03.2012,kl.12.00

WEBløn Nær 29.03.2012,kl.10-12 Hvar íFíggjarmálaráðnum,1.hædd Kostnaður 500kr. Seinasta freist 23.03.2012,kl.12.00

Page 15: Gjaldstovan - Kursus 2012

Fíggjarstýring 15

Leiðslukunning / politikkurEndamálið erat geva umboðum fyri politisku skipanina eitt amboð, hvørs funkur kunnu verða brúktar m.a. í fíggjarlógarar-beiðnum.

InnihaldTalanerm.a.umatfinnaupplýsingarum

• lutfalslig samanhang yvir ár

• játtanarupplýsingar

• meirnýtslu

• framskriva játtanir - fara játtanir at halda

• skattahagtøl

• gjaldføri landskassans

Skeiðið er ætlaðumboðum fyri politisku skipanina.

ForkunnleikiEingin.

Leiðslukunning / kommunurEndamálið erat geva grundleggjandi vitan um Leiðslukunningar-skipanina, og hvørjir møguleikar eru.

InnihaldKunnaðverðuryvirskipaðumLeiðslukunningar-skipaninaoglærtverðurum:

• fíggjarlógaruppseting og kontuskipaninna hjá kommununum

• hvussu verður ”spurt” í skipani

• at bera saman kommunur

• at bera saman íbúgvar, t.d. hvussu nógvir borgarar, børn í skúlaaldri

Skeiðið er ætlaðfram um alt kommunum. Leiðslukunningarskipanin kann verða nýtt á politiskum, strategiskum og taktisk-um stigi.

Hetta merkir so statt, at skeiðið er ætlað leiðslum, teimum ið arbeiða við fíggjarviðurskiftum, og teimum, ið tørvar gott yvirlit.

ForkunnleikiTað er fyrimunur at hava grundleggjandi vitan um kontuskipanina hjá kommunum.

Leiðslukunning / politikkur Nær 18.05.2012,kl.13-15 Hvar íFíggjarmálaráðnum,1.hædd Kostnaður Eingin Seinasta freist 11.05.2012,kl.12.00

Leiðslukunning / kommunur Nær 02.05.2012,kl.10-12 Hvar íFíggjarmálaráðnum,1.hædd Kostnaður 500kr. Seinasta freist 26.04.2012,kl.12.00

Page 16: Gjaldstovan - Kursus 2012

Roknskaparkunngerð landsins Nær 17.05.2012,kl.13-16 Hvar íFíggjarmálaráðnum,2.hædd Kostnaður 1.000kr. Seinasta freist 11.05.2012,kl.12.00

Regluverk 16

Roknskaparkunngerð landsinsEndamálið erat geva yvirlit yvir kunngerðina og vísa á, hvat er týdningarmest fyri stovnarnar.

InnihaldGreittverðurm.a.frá

• leiklutabýtinum í almenna roknskaparverkinum

• hvat verður skrásett

• um innanvirkis roknskap

• nær ein útreiðsla verður tikin við í raksturin og í hvørjum ári

• um roknskap

• viðskiftisslóð og eftirlitsslóð

• krøv til skjalfestingar

• krøv til gjaldingar tað almenna

Skeiðið er ætlaðfram um alt teimum, sum starvast hjá landinum, og sum ikki kenna kunngerðina.

FortreytEingin.

Roknskaparkunngerð kommunannaEndamálið erat geva yvirlit yvir kunngerðina og vísa á, hvat er týdningarmest fyri kommununar.

InnihaldGreittverðurm.a.frá

• leiklutabýtinum í kommunala roknskaparverkinum

• hvat verður skrásett

• um innanvirkis roknskap

• nær ein útreiðsla verður tikin við í raksturin og í hvørjum ári

• um roknskap

• viðskiftisslóð og eftirlitsslóð

• krøv til skjøl

Skeiðið er ætlaðfram um alt teimum, sum starvast í kommunum, og sum ikki kenna kunngerðina.

ForkunnleikiEingin.

Roknskaparkunngerð kommunanna Nær 18.04.2012,kl.9-12 Hvar íFíggjarmálaráðnum,2.hædd Kostnaður 1.000kr. Seinasta freist 12.04.2012,kl.12.00

Page 17: Gjaldstovan - Kursus 2012

At skipa innanhýsiseftirlit Nær 15.05.2012kl.13-16 Hvar íFíggjarmálaráðnum,2.hædd Kostnaður 1.000kr. Seinasta freist 09.05.2012,kl.12.00

Regluverk 17

At skipa innanhýsiseftirlitEndamálið erat eftir skeiðið, so hevur skeiðsfólkið amboð at brúka at enda mánaðarroknskapin á nøktandi hátt. Ella sagt á ein annan hátt, at tey, sum arbeiða við mánaðarrokn-skapinum, kunnu siga, at vit hava gjørt arbeiðið fullgott. Vit hugsa eisini, at tey, sum arbeiða við roknskapi, kunnu skapa samstarv við aðrar stovnar og fólk á Gjaldstovuni.

InnihaldGreittverðurm.a.frá

• formliga regluverkinum og ásetingum hesum viðvíkjandi

• hvar liggja serligar avbjóðingar og frá spurningum við ársenda

• hvørjar afturvendandi spurningar setir grannskoðanin

• hvar heldur Gjaldstovan serligar avbjóðingar vera í samstarvinum millum Gjaldstovuna og stovnar

• hvat skjalprógv (kekklistar) skal liggja í sambandi við mánaðarenda og ársenda

• hvussu verða skipanirnar hjá Gjaldstovuni brúktar at stuðla uppundir mánaðarenda

• hevur stovnur serskipanir, hvussu verður ein rættur roknskapur tryggjaður

• høvi verður at viðgera spurningar og vit vilja gjarna hoyra um góðar partsloysnir, sum aðrir stovnar hava

Skeiðið er ætlaðfram um alt teimum, sum hava ábyrgdina av roknskapinum á smáum og miðalstórum stovnum.

FortreytRoknskaparøkið skal formliga verða tillutað teimum, sum koma á skeiðið og at tey skulu hava formliga heimild at seta mannagongdir í verk.

Lær at gera roknskaparreglugerðEndamálið eratfáafatanav

• at greina tað, sum er týdningarmikið

• at gera alt einfalt

• at taka brúkaran við í tilgongdina og at samskifta greitt

InnihaldFyrst verður skapt yvirlit yvir roknskaparrundskrivið. Síðan verður arbeitt í bólkum við einum dømi, um ein ikki so óvanligan stovn, sum skal hava eina roknskapar-reglugerð. Framløga verður so í plenum um roknskapar-reglugerðina.

Skeiðið er ætlaðstarvsfólki og leiðarum, sum arbeiða við roknskaparreglugerðum.

Skeiðið er skraddaraseymað.

Tað verða bara hildin tvey skeið. Í mesta lagi 12 fólk vera á hvørjum skeiði.

ForkunnleikiEingin.

Lær at gera roknskaparreglugerð Nær 16.05.2012,kl.9-15 Hvar íFíggjarmálaráðnum,2.hædd Kostnaður 1.500kr. Seinasta freist 09.05.2012kl.12.00

Page 18: Gjaldstovan - Kursus 2012

At skipa innanhýsiseftirlit Nær 24.04.2012,kl.13-16 Hvar íFíggjarmálaráðnum,2.hædd Kostnaður Eingin Seinasta freist 18.04.2012,kl.12.00

Regluverk 18

Skeið í nýggju játtanarskipaniniEndamálið erat eftir skeiðið, so hevur skeiðsfólkið amboð at brúka at enda mánaðarroknskapin á nøktandi hátt. Ella sagt á ein annan hátt, at tey, sum arbeiða við mánaðarrokn-skapinum, kunnu siga, at vit hava gjørt arbeiðið fullgott. Vit hugsa eisini, at tey, sum arbeiða við roknskapi, kunnu skapa samstarv við aðrar stovnar og fólk á Gjaldstovuni.

InnihaldGreittverðurm.a.frá

• formliga regluverkinum og ásetingum hesum viðvíkjandi

• hvar liggja serligar avbjóðingar og frá spurningum við ársenda

• hvørjar afturvendandi spurningar setir grannskoðanin

• hvar heldur Gjaldstovan serligar avbjóðingar vera í samstarvinum millum Gjaldstovuna og stovnar

• hvat skjalprógv (kekklistar) skal liggja í sambandi við mánaðarenda og ársenda

• hvussu verða skipanirnar hjá Gjaldstovuni brúktar at stuðla uppundir mánaðarenda

• hevur stovnur serskipanir, hvussu verður ein rættur roknskapur tryggjaður

• høvi verður at viðgera spurningar og vit vilja gjarna hoyra um góðar partsloysnir, sum aðrir stovnar hava

Skeiðið er ætlaðfram um alt teimum, sum hava ábyrgdina av roknskapinum á smáum og miðalstórum stovnum.

FortreytRoknskaparøkið skal formliga verða tillutað teimum, sum koma á skeiðið og at tey skulu hava formliga heimild at seta mannagongdir í verk.

Skeið í rundskrivinum um at taka neyðug búskaparlig atlit og í mál- og avriksstýring

Endamálið erat tey, sum vara av fíggjarætlanini á stovnunum, fáa felags fatan av nýggju krøvunum um størri dýpd í at stýra stovninum.

InnihaldGjøgnumganga rundskriv um at taka neyðug búskpar-lig atlit, og hvønn týdning hetta fær dagliga at umsita stovnsjáttanina.

Lýsa hugtakið mál- og avriksstýring, gjøgnumganga, hvussu mál verða sett og hvussu tey verða tikin við í avrikssáttmála millum stovnin og avvarðandi aðalráð.

Samanhang millum játtanar- og roknskaparverkið.

Skeiðið er ætlaðstovnsleiðarum og roknskaparstarvsfólki á stovnum.

ForkunnleikiEingin.

Lær at gera roknskaparreglugerð Nær 08.05.2012,kl.13-16 Hvar íFíggjarmálaráðnum,2.hædd Kostnaður Eingin Seinasta freist 02.05.2012,kl.12.00

Page 19: Gjaldstovan - Kursus 2012

www.gjaldStovan.fo

KVÍGGJARTÚN 1, ARGIRPOSTBOKS 2009110 TÓRSHAVNFØROYAR

TEL +298 352 400FAX +298 352 401

[email protected] WWW.GJALDSTOVAN.FO