20
NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012 / 61. ÁRGANGUR / KR. 30,00 / PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD:OLIVER JOENSEN www.nordlysid.fo BOX 58, 700 KLAKSVÍK, TEL. 456285, FAX 456498, [email protected] Tað stóð nógv á monnum tá Polarhav læsti seg fast á Bedingini Nýtt samkomu- hús til eina nýggja tíð Páll Andrasson Klettskarð vildi aftur til KÍ Janus hevði fingurin á knøttinum síða 4 & 5 síða 10 -12 síða 16 & 17 Skal løgmaður taka støðu til familjuviðurskiftini hjá landsstýrismanninum??? síða 14 síða 6 - 9

NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012 / 61. …3b8d6ad558a355eb282e-521ade7c173c072f92f109d971630e2d.r85.… · 2013. 2. 12. · NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012 / 61. ÁRGANGUR / KR. 30,00

  • Upload
    others

  • View
    0

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

  • NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012 / 61. ÁRGANGUR / KR. 30,00 / PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD:OLIVER JOENSEN

    w w w . n o r d l y s i d . f o

    BOX 58, 700 KLAKSVÍK, TEL. 456285, FAX 456498, [email protected]

    Tað stóð nógv ámonnum tá Polarhavlæsti seg fast áBedingini

    Nýtt samkomu-hús til eina nýggja tíð

    Páll AndrassonKlettskarð vildiaftur til KÍ

    Janus hevði fingurin á knøttinum

    síða 4 & 5

    síða 10 -12

    síða 16 & 17

    Skal løgmaður taka støðu tilfamiljuviðurskiftini hjálandsstýrismanninum???

    síða 14

    síða 6 - 9

  • 2 NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012

    L E I Ð A R I N

    g“~~Hjartaliga takka vit tykkum øllum sum á ymiskanhátt sýndu okkum samkenslu, tá elskaði maður,pápi, verfaðir, abbi, langabbi og bróður okkara;

    Brynhjalfur Sigurðsson, Klaksvík

    andaðist og varð jarðaður.

    Takk til Hanus á Gørðum, prest, og Pól Johannesen fyri góð og troystarrík orð

    í kapellinum og Kirkjuni. Takk til Óla Poulsen og streingjakórið fyri vakran sang. Takk fyri

    blómur, kransar og peningagávu til KFUM-K. Takk til organist, kirkjutænarar og gravara.

    Takk til deild M. Takk til Norðoya Røktarheim,Uppistova, fyri góða umsorgan. Takk fyri vitjan

    hesa tungu tíð. Takk tit sum bakaðu og hjálptu tilvið ervinum. Takk øll sum fylgdu honum til

    hansara seinasta hvíldarstað.

    Familjunar vegnaAmalia, Hans Kári og Ingi við familju

    Men strongd kanneisini føra til ovurfita. Ein nýggjástøði greiðir fráhvussu hetta hongursaman.

    Sambart “Verdens helse-organisasjon” er øktamongdin av fitiríkummati, salt og sukur, samanvið ov lítlari rørslu orsø-kin til økingina av ovurfi-ta í heiminum í dag.

    Læknarnir hava tí for-skriva matarvarni og ven-jing, sum neyðug amboðímóti ovurfita. Hetta foku-sera miðlarnir og handils-vinnan á, og kappast tí umat veita røttu venjing, kost,matarvanar og ráðgevingum rætta livimátan.

    Humanbiologurin Bryn-jar Foss á Universitetet íStavanger (UiS) rættar hesalýsing.

    – Mest sannlíkt eru taðein røð av øðrum ávirka-num enn matur og mang-landi rørsla, ið eru orøskintil ovurfita. Strongd kannvera ein av hesum møguli-gu ávirknanum, sigur

    Brynjar Foss, humanbiolo-gur.

    Stongd og ovurfiti

    styrkja um hvørt annað

    Saman við ítrottagranska-rinum, M. Dyrstad á UiSvendur Brynjar Foss sjó-neyguna á sambandið mil-lum strongd og ovurfita.Kanningin hjá teimumvarð útgivin í tíðarritinumMedical Hypothoteses.

    Brynjar Foss og M.Dyrstad hava verið ígjøg-num fleiri ymiskar kan-ningar um evnið. Kann-ingin staðfesti, at øking ívektini og hækkan avkolestoroltalinum, kroppu-rinsa svar uppá strongd, varmundandi hægri hjá fólki,ið orsaka av strongd høvdu

    tikið uppá í vekt.– Hevur ein ov høgt

    kolistoroltal, sær tað út til,at ein hevur lættari við atblíva ovurfeitur, sigurBrynjar Foss.

    Brynjar Foss og M.Dyrstad føra fram teirrahypotesu, um at strongd ogovurfiti styrkja um hvørtannað við sonevndari posi-tivari afturkopling. Fak-torur A økir faktor B, iðaftur økir um faktor A.

    Neyðugt at bróta

    strongdarmynstri

    Øking í vekt kann møguli-ga útloys strongd, ið afturkann útloysa størri økingav vektini. Eisini tað attapa seg kann útloysaleysgevan av kolesterol,

    ið aftur kann útloysastrongd og soleiðis mót-virka framhaldandi vekt-tapi, sigur Brynjar Fossog leggur afturat:

    – Tá tú byrjar at etaminni, so minkar kroppurinum fobrenningina. Byrjartú at trena meira, so økirkroppurin um svongdar-kensluna. Tá tú tekur uppá,so verður kroppurin strong-dur. Hendan strongdin ersjálvstyrkjandi og tí tekurtú enn meira uppá.

    – Um okkara hypotesa errøtt, mást tú bróta strong-darmynstri fyri at steðgaframhaldandi vektøking,sigur Brynjar.

    Granskingarráðið

    Ovurfiti kann føra til strongd

    nordlysid.fo

    Hevur løgtingsvaliðpunkterað

    býráðslimirTað er ótrúligt, sum vit síggja lítið til okkaravaldu býráðspolitikarar í fjølmiðlunum, nú viteru farin inn í eitt valár, har hesir skulu veljastaftur, ella skulu lata aðrar taka við.

    Tær stóru kanónirnar í býráðnum, Elsebeth,Skorheim og Gunvá hava verið at sæð av og á,og vit gera teimum órætt um vit siga at teyhava luttikið lítið í almenna kjakinum. Einafturat hevur gjørt eitt sindur vart við seg, ogtað er Óluva Klettskarð, men síðani er næstansteindeytt.

    Hví so er, er ilt at siga nakað um. Enn hava vitminniluta og meiriluta í býráðnum. Um hettavirkaði, so skuldi ein trúð at minnilutin hevðiokkurt at siga okkum borgarum viðhvørt. Menso sýnist ikki at vera. Onkur av býráðslimun-um hevur eitt sindur av aktiviteti á facebook,men tað er ógvuliga lítiðsigandi umbýráðspolitikk og rakar sum heild fá ílokalsamfelagnum av tí heilt einføldu orsøk, atstórur partur av borgarunum ikki er partur íhesum kjaki.

    Tað hevði komið væl við hjá okkum áNorðlýsinum, um býráðslimir vóru eitt sindurbetur at brúkt blaðið til at sagt okkum borgar-um eitt sindur meira um býráðsarbeiðið.Ikki minst eiga okkara lokalpolitikarar at havahugsanir um tað sum fyriferðst á landsplán, ogsum hevur fylgir fyri okkara kommunu. Nú kommunuval skal vera um ikki so langatið, er umráðandi hjá øllum, ið ætla at geravart við seg í kommunalpolitikki, at byrjatíðliga at siga okkum øðrum hvat tit standafyri.

    Vit vita øll, at kommunalpolitikkur hevur ikkiso ógvuliga nógv at gera við partapolitikk. Tísæst minni enn so altíð sami meiriluti íbýráðnum, sum á tingi.

    At einstaklingar sum stilla upp til býráðið ikkibara kunna hella seg til eina vælsmurda par-tapolitiska valmaskinu, er ein avbjóðing, iðhevur við sær, at viðkomandi sjálvur ella sjálver noydd at markera seg í samfelagnum, og taðgerst eisini við viðkomandi greinum .

    Júmen, tað er bara at halda seg framat, vit áNorðlýsinum vilja hjálpa til, tað sum vitkunnu. Hava tit brúk fyri myndatilfari, so ringtil okkara. Vit klára heilt víst í flestum førumat loysa myndaspurningar.

    Hetta skal takast sum ein áheitan á tykkum øll,ið ætla at royna styrki við næsta kommunuval,um at brúka Norðlýsið og www.nordlysid.foFøroya sterkasti lokali miðil!

  • NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012 3

    nordlysid.fo

  • 4 NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012

    Tá Polarhavskuldi av bed-ingini leygar-dagin, henditað óhap, atvognurin komfastur og skipiðvildið ikki ásjógv.

    Janus Jacobsen, varmaðurin, sum stýrdi stóraspælinum, íð dróg ogloraði 700 tons tunga ski-pið oman ella niðan, alt

    eftir ordrum frá GertJensen.

    Vit fingu eitt prát viðJanus, har hann stóð í spæl-rúminum og ansaði eftir, atalt har gekk sum tað átti.

    Tú sært, sjálvur Oliver,hetta eru gamlar greiður,men tær rigga.

    Mær er sagt, at hendanbedingin við tilhoyri bleivkeypt úr Svøríki í 1927.Beint frammanundanhøvdu Dávur í Gerðum ogbeiggi hansara JógvanKjølbro keypt skonnartinaErnestinu úr Frankaríki.Ernestina var og stór ogtung til bedingarnar íFøroyum, og tí mátti honav landinum á beding. Honhevði tó verið uppi suðuri íVági, men bedingsmeista-

    rin har hevði ikki hug atroyna hetta einaferð afturat.

    Tí keyptu teir einabeding úr Svøríki, sum honlág har yviri. Hon bleivamonterað,tikin upp ogløgd her við Ravnagil.

    Og sum tú sært, so eruhetta ivaleyst nógv av somugreiðunum. Ídag hava vitein elektromotor at drívaspælið við. Tað var ikki tá.

    Mær er fortalt at tað varein Avansa ráðoljumotorurvið gløðiheysi sum dreivverkið. Uppi á vegginumher sæst farvegurin eftirforbrúkstanganum, ið hekká vegginum. Eg kom sumsagt her í 57, og sum sagt,so hevur spælið verið eldri-við alla tað tí eg minnist.

    Fyri meg er tað hugaligt

    at síggja, at nógv virksemiðer aftur á bedingini. Tá egkom í læru sum skipstim-brari her á timburdeildini,sum er sunnanfyri løbið, távóru um 60 mans dagligatil arbeiðis her. Nú eri egeinsamallur skipstimbrari.Hvat nýggju menninir ætlavið hesum veit eg ikkinágreiniliga, men stórarætlanir liggja fyri framman,og tað kann bara vera posi-tivt. Tó, skipstimbrar verðaneyvan aftur at síggja undirútbúgving. Tíðin er helstfarin frá tí fakinum til vin-nun. Hinvegin verður helstokkurt nýggjari viðvíkjandiinrætting av skipum.

    Hetta hevur verið eitt sin-dur keðiligt nú vit hava bol-last við Polarhav í vikuskif-

    tinum, men, sum maðurinsegði “hetta hoyrir við tilfakið”. Skipið hevur staðiðsera væl á vognunum, tíhevur ongantíð verið nakarvandi fyri skipinum, taðstóð væl. Men tað vildi ikkiso skjótt oman, sum vitvildu tað.

    Ikki tí, tað er komið fyrifyrr. Eg minnist vit høvdutrupulleikar av Kvikki.Eisini er tiltikið, táSkálanes fór við ferð omaneftir skinnarunum og rendiinn í síðuna á Carlton, iðsaman við Fugloynni var áveg út eftir Vágni til einsaltdampara, ið lá úti áPolli.

    Carlton fekk stóranskaða, ímeðan lítið og onkikom uppá Skálanes.

    Jú, nógvar søgur eruknýttar at bedingini, tað másigast, sigur JanusJacobsen, skipstimbrari. Egsegði, at tá eg kom í læruher í 1957, tá arbeiddu einir60 mans í Timbursmiðjuni.Eg rokni við, at líka nógvirhava arbeitt hinumegin íjarnsmiðjuni. Eg minnist atEli Nolsø einaferð fyrst í 60unum segði at hann hevðiskeiða 120 mans av her ábedingini í eina viku.

    Eg kann ikki lata vera viðat spyrja Janus um wierin,ið skal hala hesu tungu ski-pini niðan, hvussu hannverður røktur.

    Jú, sigur Janus Jacobsen,vit hava serkøn fólk her,sum hyggja eftir wierinum,og minnist meg rætt, so

    Janus Jacobsen hevðifingurin á knøttinum

    Janus Jacobsen, skipstimbursmiður, frammanfyri elmotorin sum drívur spæli. Fyrr stóð her ein diesel motorur farvegurin eftir forbrúkstangan sæst á vegginum aftanfyri Janus.

    Her stóð gamli diesel motorurin

  • NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012 5

    verður hann vendur 5.hvørt ár, tí at hann slítist ogterist skjótast har niðri viðsjóvarmálan. Men ver ikkibangin, skuldi tað hent atwierurin slitnaði, so fervognurin ella skipið onganveg, tað er góð trygd fyri tí,sigur Janus Jacobsen, sumhevur verið á sama arbeið-isplássi í samfull 54 ár.

    Útsýnið úr spælhúsinum oman ígjøgnum løbið

    Veirurin ið dregur skipið ið vigar 700 tons

    Spælið á Sleipistøðini ið helst er komi úr Svøríki í 1927, ongin veit aldurin á tí.

    Útsýnið niðaneftir. Timbursmiðan høgrumeðin og spælhúsið fyri endanum á løbinum undir Stangavegnum

    Polarhav komið aftur á sjógv, og vognurin sæst koma upp úr sjónum.

  • 6 NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012

  • NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012 7

    Men tað spædditó væl av hjáokkum, og í dagrigga vit til attaka Polar-stjørnuna upp,sigur FrimodtRasmussen, stjóriá KlaksvíkarSleipistøð.

    Tá Norðlýsið kom norðurá bedingina mánamorgu-nin, var lagið onki serligtá monnum. Polarhav, sumhevði verið uppi á beding,og fingið smurt botnin og

    annað smaputl gjørt, skul-di av aftur leygardagin, tíætlanin at var at takaPolarstjørnuna upp.

    Men tá varnaðust teir, ateitthvørt var afætt við mit-tasta vogninum, Polarhavstóð á trimum vognum. Einav fremstu rullunum varfarin niður í pálgrøvina, oglág har og virkaði sumbremsa.

    Frimodt Rasmussen sig-ur, at nú vóru góð ráð dýr,so vit valdu at gera forar-beiði til at koyra Polarhavoman, leygardagin og sun-nudagin. Sakin var nevnili-ga hon, at vit arbeiddu eisi-ni uppá motorin á Polarhav,og vit vitstu, at ímeðan vitkoyrdu oman, kundi onginvera í maskinrúminum tilarbeiðis.

    Menninir drivu so áumborð, og undir skipinumleygardagin og sunnudagin,og mánamorgunin fóru vitso undir at lora skipiðoman.

    Fyri at lætta um trýstið áfremsta partin av mittastavogninum, høvdu vit lyftog kílað uppundir skipiðframman, soleiðis at vittóku umleið 120 tons avvektini.

    Tað gekk væl fyrstastrekkið, men tá umleið eintriðingur var eftir, stóð fast.Men við at halá skipið eittsindur niðan, og so sleppaoman aftur, fingu vunnu vitspakuliga omaneftir.

    Vit fingu Goliath hjáThor í Hósvík at hjálpa til,eins og Ziska var okkum tilsera stóra hjálp eisini.

    Við hvørt sentimetrar, viðhvørt tummar og so favnarviðhvørt. Tá skipið varkomið somikið oman, atflóðin byrjaði at gera munat lætta um trystið á rullina,ið var farin skeivt, fóru vitat brúka flóðina til at roynaat fáa skipið longur oman,ímeðan tíðin innímillumbleiv brúkt til matnáðir ogat rigga til til næstu flóð.

    Mánakvøldið var fullflóð, og tá bleiv roynt avøllum alvi. Goliath hevðienda á niðasta vognin, vitdrógu skipið eitt sindurniðan, síðani setti Goliathfulla skrúvu fram, hanntogar eini 15 tons, og vitsleptu spælinum.

    Um miðnáttina mána-kvøldið góvust vit. Týs-morgunin á flóðini var

    sama skilið. Goliath togaðiog spælið togaði niðan ogslepti síðani aftur.

    Hetta trýstið, og nógvatyngdin á skipinum gjørdi,at tenn í pálrennuni brotna-ðu undan og lógu og stong-du fyri. Tí fingu vit frosk-mann niður, at fara undirskipið at taka upp slík petti,sum lógu leys. Frosk-maðurin fór niður við jøv-num millumbili, tá vit fyrsthøvdu tryggjað skip ogvogn.

    Ein steðgur var tá fjørðanvar stórst týsdagin, men áflóðini um kvøldið varroynt aftur, og tað gekk ásama hátt.

    Men týskvøldið, sýntistLouis umborð á Ziska athava mist tolið við okkum.Fyri at hjálpa til, settið

    hann ein enda umborð áGoliath, og togaðu nú báðirbátarnir av kraft. Og tágekk betur. Men tað gekkbara stutta løtu, tí at endakom Ziska ov nær grótkas-tinum á Vestursíðuni.Goliath royndi so einsamal-lur eina løtu, men tað gekksera tungt.

    Teir á Goliath valdu so attaka meira inn av sínumenda, fyri at gera nýtt plássfyri Ziska og síðani settubáðir á.

    Tá gekk og lítla stundseinni fleyt Polarhav.

    Tað er keðiligt at koma útfyri slíkum, men illa ber tilat fyribyrgja øllum. Hettaspældi væl av, og ongantíðvar vandi fyri skipinum, títað stóð væl á aftasta votniog tí fremsta vogninum.

    Tað stóð nógv á monnum tá Polarhav læsti seg fast á Bedingini

  • 8 NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012

  • NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012 9

    Hennara hátign Mar-gretha drotning hevurboðið løgmanni, Kaj LeoHolm Johannesen og frúJórun Johannesen atluttaka í hátíðarhaldi-num í samband við, attað 14. januar eru 40 ársíðani Margretha tók viðsum drotning.

    Leygarkvøldið 14. januarfara løgmaður og frú tilhátíðarsýning fyri drot-ningini í Konserthúsinumhjá Danmarks Radio.Sunnudagin 15. januarverður gudstænasta íChristiansborg Slotts-kirkju. Sunnukvøldiðverður veitsluborðhald á

    Christiansborg Slotti.Í samband við at tað eru

    40 ár síðani Margrethadrotning tók við, faralandsstýrið og Løgtingið atlata drotningini gávu.Gávan verður almanna-kunngjørd við eitt seinnihøvi.

    Mikukvøldið 11. januarhevur forsætisráðharrin,Helle Thorning-Schmidt

    boðið løgmanni til hátíðar-hald og konsert íKonserthúsinum hjáDanmarks Radio í sambandvið, at Danmark yvirtekurformansskapin íEvropasamveldinum.

    Løgmaður verður aftur íFøroyum týsdagin 17. januar.

    Løgmaður og frú til 40 árastjórnarhátíðarhald hjáMargrethu drotning

    Landsstýrismaðurin í fiskivinnumá-lum hevur í dag undirskrivað kunn-gerð sum loyvir snellubátum atfiska í “Holinum” eystan fyriFugloynna.

    Kunngerðin, sum er send kunngerðar-blaðnum, hevur verið til umrøðu álandsstýrisfundi og landsstýrismaðu-rin váttar at hann hevur undirskrivað.

    - Seinastu metingarnar vísa at upsas-

    tovnurin er væl fyri hóast fiskiskapurinhevur verið vánligur í seinastuni. Tímettu vit at tað er rætt at loyva snellubá-tunum at fiska á stongdu leiðini í tíðar-skeiðinum 15. januar til 1. apríl, sigurJákup Mikkelsen í stuttari viðmerkingseinrapartin.

    Leiðin hevur annars verið stongd fyriallari veiðu undantikið línu síðan 1998

    Snellubátarnir sleppaat fiska í “Holinum”

    nordlysid.fo

    Størri skip hava veriðuppi her fyrr enn hetta, ogvit eru til dystin fús aftur attaka skip upp. SigurFrimodt Rasmussen stjóri.

    Polarstjørnan uppMikukvøldið vóru vitaftur á Bedingini viðmyndatólinum. Tá fingustteir við at umvæla mittas-ta vognin, tí Plarstjørnanskuldi upp ídag hósdagin.

    Hjá mær var hetta einstór uppliving at síggja

    ungu menninar, saman viðgamla manninum JanusiJacobsen, kempa við at fáaskipið aftur á sjógv. Ikkiminst imponeraðu bátarnirbáðir Goliath og Ziska.Bedingsboyðan fekk mang-an lúsingin, tí hon lá ímil-lum Goliath og Polarhav.

    Tað vóru ikki hissinikreftir sum vóru ígongd, táGoliath við sínum 15 ton-sum í trekkraft settið á.Tíðum brast endin og taðljóðaði ógvusligt út úr myr-

    krinum og storminum.Skúmið og motordunið fráteimum báðum Goliath ogZiska, tá teir settu á samanvar ógvusligt at uppliva.Ikki minst skrúvuvatnið, iðnærum fekk lítla flakansum lá við kajkantin at faraupp á kajina, tá togað varav tí mesta.

    Jú, har vóru menn tilarbeiðis, ið kendu sítt hand-verk.

    Gert Norðoy, arbeiðisleiðari áKlaksvíkar Sleipistøð, stýrdiøllum arbeiðinum í sambandivið at Polarhav kom væl ásjógv aftur.

  • 10 NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012

    Sunnudagin 4. mars verðurseinast møti ígamla Betesdaog eftir ætlanskal nýggi salurin takast í brúk í juli,august 2013.

    Tað var í 1917 at fyrstisalurin hjá brøðrasamko-muni varð bygdur og stóðhann har sum KlaksvíkarBókasavn er í dag. Í 1928var salurin fluttur á staðiðhar núverandi salur sten-

    dur. Í 1951 var salurinlongdur og í 1962 varsalurin breiðkaður ogkjallarin hækkaður til taðútsjónd, sum salurin hev-ur havt fram til dagin ídag.

    Húsast hjá “Hvalvík”Kristian Martin Rasmus-sen, sum saman við JóhanPáll Joensen, hevur fingiðuppgávu frá samkomuniat samskipað byggiar-beiðið sigur at verkætla-nin ferð av bakkastokkimánadagin 5. mars.

    - Tíðarætlanin sigur atsunnudagin 4. mars verðurseinasta møti í gamla sali-num og mánadagin 5. marsverður farið undir at tøma

    Nýtt samkomuhús

    Framhald á síðu 12

  • NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012 11

    s til eina nýggja tíð

    1. hædd

    2. hædd

  • 12 NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012

    salin fyri innbúgv og útge-rð. Leigusáttmáli er gjørdurvið EIK banka um handilshøllini “hjá Hvalvík”. Sumtað sær út í løtuni verðurmøguligt hjá samkomuni athava alt virksemið har – soleingi sum byggingin er ígongd.

    - Kostnaðarætlanin sigurat salurin við tøkni og inn-búgv kemur at kosta 25milliónir krónur.

    - Higartil eru komnargóðar 10 milliónir krónurinn og málið er at hava eittso lítið byggilán sum gjør-ligt. Tað er byggifelagiðKanjon sum kemur at stan-da fyri byggingini. Sjálv-boðið arbeiði er avmarkaog fer mest at umfataavmontering av verandi saliog tá flytast skal inn í nýg-gja bygningin. Orsøkin tilat vit hava valt at lata pro-fessionella arbeiðsmegistanda fyri byggingini er atí dag eru so stór krøv tilslíka bygging og at tíðaræt-lanin skal vera so stutt summøguligt, umframt at byg-gingin skal hava so lítlaávirkan á samkomulíviðsum gjørligt.

    Byggja til eitt nýtt ættarliðKristian Martin Rasmus-

    sen leggur dent á at orsø-kin til at farið verðurundri at byggja nýggjansal er fyrst og fremst atgeva framtíðar samkomu-ni so góðar karmar atvirka undir sum gjørligt.

    - Í stuttum kann sigast attalan verður um eitt hús viðsera nógvum møguleikum,sum kann verða karmur umvirksemið hjá samkomuni –eitt heim frá vøggu til grøv– sum onkur hevur málbo-rið seg. Tað er eingin loynaat vit byggja eitt hús, sumungdómurin ferð at mynda

    frameftir og við bygginginiverður eisini lagt upp til tærbroytingar í samkomu lívi-num sum uttan iva koma.

    - Samkomulívið í Betes-da er ikki nógv broytt ímínari tíð, men eg trúgvi attá nýggi salurin verður tikiní brúk fer tað eisini at føratil broytingar í virksemi-num í samkomuni. Eg vantiat samkoman ferð at leggjaseg eftir at verða meiraopin. Nýggja Betesda erbygt til nýggja ættarliðið ogtað eru tey sum koma atgera av hvussu hann verður

    brúktur í framtíðini. Eghugsið kanska at “gáttin“verður lægri við café ogøðrum virksemið sumnýggi bygningurin gevurmøguleika til.

    - Sum sagt so er tað ikkitørvur á meira plássið tilvanligu møtini sum vitkenna tey í dag, men tíðinsetur stór krøv til ungdóm-sarbeiði sum í dag er seraumfatandi.

    Jógvan við Keldu, sumeisini er partur av byggi-leiðsluni sigur at tað at byg-ningurin liggur plaseraður

    mitt í miðbýnum leggureisini eina ábyrgd á samko-muna.

    - Tí ynskja vit ein byg-ning sum eisini er vakur áat líta og sum tekur seg vælút í miðbýnum. Tøknin ínýggja bygninginum gevureisini betri møguleikar tiltónleik, upptøkur, sunnu-dagsskúla, bíbliutímar, frí-tíðararbeiði o.a.

    Samkoman í Betesda ersera virkin á øllum økjumog hevur í dag einar 15 til20 trúboðarar sum virka íøðrum londum.

    Brúk fyri øllum hondumLeygardagin 21. januarverður fundur í kjallara-num í Betesda fyri øllumteimum sum koma atverða við í arbeiðinum attaka salin niður. Í hesumsambandi er brúk fyriøllum góðum hondum.

    Í løtuni arbeiða menn við atinnrætta hølini hjá

    “Hvalvík” sum fyribils hølihjá samkomuni Betesda.

    Framhald av síðu 10

  • Mikudagin varnýggi landsstýris-maðurin íHeilsumálum árundferð og vitjaðistovnar í Klaksvík,sum eru undirHeilsumálaráðnum.

    Karsten Hansen er føddurtann 18. august 1944 ogsostatt pensjónistur núhann er blivin 67 ár. Ogtað lá heldur ikki í kortu-num at Karsten skuldigera politiskt “ComeBack” tá hann valkvøldiðgjørdist ov stuttur og taðvar greitt at hann ikki varvaldur í løgtingið.

    - Eg má siga sum er, at táúrslitið á valinum var greittvar tað ein løgin kensla.Jenis av Rana, BillJustinussen og eg lógu sotættir at eg manglaði bara16 atkvøður til at gerastfyrst valdur og so var egálíkavæl ov stuttur til atkoma í løgtingið. Sum altíðso eri eg skjótur til at um-stilla meg og tá eg fór tilsongar hetta kvøldið var taðvið vissuni um at nú var egliðugur á politiska pallinumog var eg longu farin athugsað um aðrar spennandiavbjóðingar sum stóðu fyriframman.

    Valdi Heilsumál framumKarsten Hansen hevurverið sjómaður, handils-maður, løgreglumaður,støðleiðari og sýslumaðuráðrenn hann gjørdist poli-tikari og tá tað gjørdistgreitt at Miðflokkurin varpartur av nýggju sam-gonguni var tingast innan-hýsis um málsøkja býti.

    - Vit kundu sjálvur veljaum vit tóku Innlendismál,Almannamál ella Heilsu-mál og hóast øll hesi mál-søkið í hvør sínum lagiðeru áhugaverd, so valdu vitHeilsumál ta vit mettu ather kundu vit verða við tilat gera tingini betur fyriborgaran.

    - Tá so flokksleiðslanheitti á meg at gerast lands-

    stýrismaður var eg ikki í ivium at taka av tí sjálvur havieg roynt hetta áður og havidámt hesa avbjóðing seravæl. Eg havi í trimumumførum sitið sum lands-stýrismaður og mær hevuraltíð dámt tann leiklutinfram um tað at veratingmaður.

    - Tingarbeiði er nakaðheilt serligt men sum lands-stýrismaður ert tú meirapartur av hvørjum einstøk-um málið og ert við tá settverður út í kortið.

    Øll ynskja broytingarKarsten Hansen, sumlongu nú hevur vitjað flei-ri stovnar, sigur at taðmerkis væl millum leiðsluog starvsfólk á stovnum atøll ynskja broytingar og

    tættari samstarv.- Fyri mær var púra greitt

    at tað fór at verða nógvtrupul mál sum skuldu loy-sast, og tí eri eg sera feginum at eg merki á fólki at øllí heilsuverkinum ynskjatættari samstarv. Vit havalongu melda út at tað fram-haldandi verða trý sjúkra-hús við trimum leiðslummen samstundis fara vit atleggja okkum eftir at sam-skipað heilsuverkið so vælsum gjørligt. Í hesum sam-bandi er ein bólkur settursum skal geva eina til-ráðing um hvat virksemiðskal verða á teimum trim-um sjúkrahúsunum.

    - Sum fyrrverandi lands-stýrismaður í Fíggjar-málum havi eg av royndumsæð hvussu trupult tað er

    við at hava ein bygnað harskott eru í millum stovnarog ráð. Slíkar skipanirhóska ógvuliga illa tilføroyska samfelagið og tíer umráðandi at allir partartosað væl saman.

    - Tann sum gerst sjúkuhevur ikki tørv á at vitahvar í landinum hann skalviðgerast. Hann vil barahava bestu viðgerðina. Tíeru vit samd um at samski-pa ávísingina betur og faravit í næstum at seta í verkfelags ávísing av sjúkling-um – soleiðis at m.a. kom-munulæknarnir vísa sjú-klingin til eitt stað.

    - Síðani verður sjúkling-urin vístur til tað staði harhann far skjótastu og bestuviðgerðina.

    - Tað er eingin ivi um attað at sjúklinga sjournalur-nar í dag eru talgyltar er einstórur lætti hjá heilsuverki-num og hevur nógvarmøguleikar við sær. Samanvið útbygdum samskiftis-møguleikum eru sera góðirmøguleikar at mennaheisluverkið á øllum tri-mum sjúkrahúsunum.

    Samgongan til sveina-royndKarsten Hansen vantar atsamgongan komandivikurnar ferð at prógva athon er før fyri at stjórnalandinum.

    - Teir næstu 14 dagarnirverða avgerandi fyriframtíðina hjá hesi sam-gonguni. Vanliga hava ting-limir góðar stundir at finnaseg til rættist í skipaninieftir eitt løgtingsval – menhesuferð vóru vit tveittir útí eina fíggjarlógarviðgerðbeint eftir valið. Eg vantieisini at vit vera samdir umfíggjarlógina og tá hon ersamtykt verður aftur dag-ligdagur í løgtinginum. Taðskal vilji til at finna semjurog í politikki mást tú foku-sera uppá semjurnar. Taðnyttar einki at halda fast ummál sum semja ikki fæstum tí so kemst ikki víðari.

    - Politikkur snýr seg umálit millum persónar. Tíhava vit í Miðflokkinumaltíð roynt at verið semjusøkjandi og tá vit sótu í løg-tinginum vóru vit eisini viðí fleiri málum sum undan-farna samgonga gjøgnum-førdi. Áliti hevur sanniligaeisini nógv at siga innanheilsuverkið og tað er seratýðandi at vit fáa skapt álitmillum læknar og tey sumstarvast á økinum. Herhava vit tó alt ov ofta sæðóhepnar útmeldingar fráfólkum innan heilsuverkiðog tað hevur ikki gagnasamstarvinum. Vit muguhava álit á hvørjum øðrumtí annars megna vit ikki atfremja tær neyðugu broy-tingarnar.

    NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012 13

    Samgongantil sveina-

    roynd

  • 14 NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012

    Spurningurinum gegni hjálandstýris-manninum ífiskivinnumálumhevur veriðnógv viðgjørdurí føroyskum miðlunum seinastu dagarnar.

    Tað at systur stjóran í JFKTROL er gift landsstýris-manninum í fiskivinnu-

    málum hevur fylt seranógv í seinastuni.Advokatarnir hava veriðymiskir á málið um spur-ningin men í seinastunitykist semja verða um atfyrisitingar lógin kannikki brúkast í hesum máli-num. Fyri tað fyrsta hevurserfrøðingur á økinumgreitt frá at lógin bertumfatar familjuna hjálandsstýrismanninum ogikki familjuna hjá konuni.Síðani hevur verið róðframundir at fíggjarligáhugamálini hjá landsstý-rismanninum persónligaeru sera tætt knýtt at fíg-gjarligu áhugamálunumhjá stjóranum í JFK, menher hevur einki ítøkiligtverið á borðinum. Ført er

    fram at JFK Trol er ein avstóru kundunum hjá heil-søluni hjá Kjølbro, sumJákup Mikkelsen eigursaman við konu síni. Menhetta hevur neyvan nakaðat gera við persónarnarJákup Mikkelsen ogHanus Hansen, tá skipinihjá Kjølbro altíð havaverið kundar hjá heilsølu-ni – eisini langt áðrennJákup Mikkelsen yvirtókheilsøluna.

    Løgfrøðilig niðurstøða vantandiÍ samrøðu við Norðlýsiðmikudagin sigur lands-stýrismaðurin at hannbíðar við at gera almen-nar viðmerkingar til máliðtil ein løgfrøðilig niður-

    støða er liðugt viðgjørd ífiskimálaráðnum og løg-maður kunnaður ummálið. Løgmaður er íløtuni í almennum ørind-um í Danmark og verðuraftur til arbeiðis týsdagin íkomandi viku.

    Politisk meting avgerandiHóast einki alment erkomið fram um løgfrøði-ligu metingina, so er tórættiliga sannlík at hon ferat vísa at tað løgfrøðiligaer sera avmarkað nærlandsstýrismaðurin kannsigast at verða ógegnigur.Men sannleikin er nokk attað sum verður avgerandifyri um Jákup Mikkelsenverður sitandi sum lands-

    stýrismaður, hevur einkivið løgfrøði at gera, mener ein politiskur spurning-ur. Verður tað áhaldandisáddur ivi um landsstýris-mannin er málið umJohan Dahl eitt fordømi –har táverandi løgmaður –fyri at koma politiskumófriði til lívs valdi at loysatáverandi fiskimálaráð-harran úr starvið. Eftir-fylgjandi vísti tað seg atverða ein skeiv og seraóheppin avgerð og JohanDahl hevur síðani veriðbaði fiskimálaráðharri ográðharri í vinnumálum. Tíer sera ivasamt um løg-maður fer at gera ein“Eidesgaard” og baraloysa ein landsstýrismannúr starvið fyri at fáa frið

    fyri øsing í fjølmiðlum.Er løgfrøðisliga niður-

    støðan greið – at landsstý-rismaðurin er gegnigur – soeigur løgmaður at fyrihaldaseg til hetta. Í øllum førikann tað ikki verða rætt atkubba høvdið av lands-stýrismonnum – við teirrigrundgeving at viðkomandier í familju við ávísar borg-arar í samfelagnum. Hevurlandsstýrismaðurin fíggjar-lig áhugamál sum skulduverið til ampa fyri hannsum landsstýrismann, somugu hesi sjálvandi viðge-rast og lýsast. Men á hesumøkinum hava høvuðsstaðar-miðlarnir einans víst til atkona landsstýrismanninhevur ein sera virknanbeiggja. jwj

    Løgmaður skal taka støðutil familjuviðurskiftini hjálandsstýrismanninum???

    Hjúnini Jákup og Ester Mikkelsen her avmyndaði valkvøldið fyri 4 árum síðan tá Jákup Mikkelsen fyri fyrstuferð var valdur á ting. Seinastu vikuna hava Dimmalætting og Kringvarpið verið samd um at av tí at beiggi Ester er ein sera virkin vinnulívsmaður, ber ikki til at hava álit á

    Jákup Mikkelsen sum landsstýrismanni. Norðlýsið hevur víst á at hendan tulking av fyrisitingarlógini er ikki í tráð við veruleikan.

    Skal løgmaðurloysa lands-

    stýrismannin í fískivinnu-

    málum úr starvið tí kona

    landsstýris-mannin eigur

    eina virkishugaðan beiggja?

  • NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012 15

    Tað sigur danskiserførðingurin íumsitingarrætti,Sten Bønsing, sumer lektari á Univers-itetinum í Aalborg.Munur eigur eisiniat verða gjørdur tátalan er um politikkog so konkret umsi-tingarlig mál.

    Nógv hevur verið tosaðum gegnis spurningin hjánýggja fiskimálaráðharra-num. Vit sendu spurningintil danska serfrøðingin íumsitingarrætti, StenBønsing, sum starvastsum lektari á Universitet-inum í Aalborg. Hann er“Erhvervsjurist, Ph.D” oggranskar í jura, umsiting-arrætti, umsitingarmyndu-gleika, kommunalrætti ogalmennum rætti. Hannstarvast sum lektari íumsitingarrætti.

    - Fyrisitingarlógin errættliga greið í spurningi-num um gegni. Í sjálvarilógini hevur man definerahvør er gegnigur og táJákup Mikkelsen og HanusHansen eru svograr og ikkibrøður – er talan ikki umógegni sambært lógini.

    - Tað at kona JákupMikkelsen og HanusHansen eru systkin ger ikkilandsstýrismannin ógegni-gan.

    - Men var landsstýrisma-ðurin sjálvur í beinari linjubeiggi stór reiðaran, so erlítil ivi um at hann varógegnigur.

    - Harafturat er ikki rætt attulka lógin beinleiðis til atumfata politiskar spurning-ar. Talan eigur at verða ummetingar sum byggja ákonkret mál og her eigurein eisini at skilja millumyvirskipað politisk mál ogso umsitingarlig mál, sigurSten Bønsing í stuttari við-merking.

    Lógin torfør at lesaÍ fyrisitingarlógini stendursoleiðis: ".......hjúnarfela-gin hjá viðkomandi, skyldella svágd í stígandi ellafallandi linju ella síðulin-juni ....."

    Men danski serførðingu-rin sigur at lógin skal lesastá tann hátt at talan er umhjún og syskin hjá landsstý-rismanninum og hjúnarfe-lagarnar hjá systkunum hjálandss tý r i smann inum.Einki er nevnt í lógini umbrøður og systar hjá konulandsstýrismannsins. Tískilji eg væl at fólk havatorført at lesa lógina - men

    soleiðis skal hon nú einafe-rð skiljast, sigur StenBønsing í telefonini úrAalborg.

    Løgmaðurum gegnisspurningin Fyrr í dag legði løgmaðurhetta út á sín Facebookprofil:

    "Løgmaður hevur eisininakrar spælireglur at gangaeftir tá tað snýr seg umógegni hjá landstýrismon-num, fyri tað fyrsta eru vitikki komin til nakað málum hvussu vit skipað taðmakrelkvotu sum vit ennikki vita støddina á, og fyritað næsta komi eg sjálvandiat taka støðu hjá landstýris-fólkum um ógegni.

    Tað verður forrestin ikkimær vitandi bert ein keypa-ri sum kemur at taka ímótimakreli í ár og tað vórupremissirnar fyri sendinginií Degi og Viku í gjár og vitkoma eisini í hesum máli-num sum øllum øðrummálum at viðgerða ógeg-nisspurningin, og tað havavit sera góðar løgfrøðingartil bæði í fiskimálaráðnumog á løgmansskrivstovuni."

    JákupMikkelsen erikki ógegnigur

    Bjørn á Heygumadvokatur, sumhevur lisið taðsum serførðing-urin í umsitingar-rætti, StenBønsing, sigurum fyrisitingarlógina, sigur atJákup Mikkelsenhevur meira einpolitiskan trupulleika.

    Danski serfrøðingin íumsitingarrætti, StenBønsing, sum starvastsum lektari á Univers-itetinum í Aalborg, segðivið Norðlýsið fríggjada-gin at sambært fyrisitingarlógini er landsstýrismaðu-rin í fiskivinnumálum,Jákup Mikkelsen, ikki atrokna sum ógegnigur.

    - Fyrisitingar lógin errættiliga greið í spurningi-num um gegni. Í sjálvarilógini hevur man definerahvør er gegnigur og tá

    Jákup Mikkelsen og HanusHansen eru svograr og ikkibrøður – er talan ikki umógegni sambært lógini.Lógin nevnir nevniligaeinki um familjuna hjákonu landsstýrismanninum,men heldir seg einans tilfamiljuna hjá landsstýris-manninum “í beinari og fal-landi linju”.

    Bjørn á Heygum advoka-tur, sigur í morgun at hannhevur lisið viðmerkingar-nar hjá Sten Bønsing, sumer lektari í umsitingarrætti.

    - Hatta sum hann sigur erkanska rætt men her haldieg kanska at man tulkarlógina øðrvísi í Føroyumenn í Danmark. Men um vitsiga at umsitingarlógin ikkikann brúkast í hesum sam-bandi so stendur eftir atJákup Mikkelsen hevur einpolitiskan trupulleika tísera tætt samband er mil-lum Hanus Hansen ogJákup Mikkelsen. M.a. erHanus Hansen ein av stør-stu kundunum hjá heilsølu-ni sum landsstýrismaðurineigur – og hetta er ein poli-tiskur trupulleiki tá HanusHansen samstundis er einav stóru aktørunum innanføroyska fiskivinnu.

    - Trupuleikin hjá lands-

    stýrinum er at ivi ferð atvera sáddur ferð eftir ferðog hann fer altíð at líðaundir mistankanum atganga svogrinum til vildar.

    - Tí er tað einasta rætta atløgmaður flytur landsstý-rismannin í annan sess ellaloysir hann úr starvið. Taðkemst ikki uttan um atJákup Mikkelsen í starvi-num sum fiskimálaráðharriverður ein afturvendandipolitiskur trupulleiki hjálandsstýrinum.

    Tá Bjørn á Heygum verð-ur spurdur um hvussu einlandsstýrismaður kanngerast ógegnigur í sambandvið lógarsmíð – tá tað júaltíð er løgtingið sum sam-tykkir og setir lógir í gildið,svara advokaturin soleiðis.

    - Tað at Hanus Hansen ogJákup Mikkelsen havasamantvinnaði fíggjarligáhugamál – við tað atHanus Hansen er ein avstóru kundunum hjá heils-øluni hjá Jákup Mikkelsen,ger tað púra klárt at her erein politiskur trupulleiki –sum landsstýrið ikki slep-pur uttan um.

    Landsstýriðhevur einpolitiskantrupulleika

  • 16 NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012

    Páll AndrassonKlettskarð ernýggjur leikarií KÍ hópinum.Hann hevurallatíðina ætlasær aftur tilbarnsdóms-felagið KÍ og sær sera ljóst uppákappingarárið í ár.KÍ hevur í vetur styrkt segvið tveimum leikarum,sum væntandi koma atstyrkja nógv um framræt-taða partin á liðinum. Fyrrí vetur høvdu vit samrøðuvið Andy Olsen, sum ervongur og væntandikemur at fóðra leikararsum m.a. Páll AndrassonKlettskarð, sum er hin lei-karin, sum KÍ hevur fing-ið í hópin. Páll er klaksví-kingur og uppaldur í KÍ.Hann verður væntandi atsíggja í álopinum hjá KÍ íár, har hann er ein av lei-karunum, sum skal skoramálini.

    Hjartað í KÍ- Tá eg kom aftur úrDanmark var ætlanin alla-tíðina hjá mær, at vendaaftur til KÍ. Tá eg komheim aftur, spældi KÍ í1.deild og eg vildi ikkiorduliga fara í 1.deild atspæla, tí eg vildi mennameg sum mest sum leikariog føldi, at tað gjørdi eg íVodafonedeildini. Tá vístiVíkingur áhuga. Hetta vará sumri í 2010. Eg vildihelst gera sáttmála fyrihálvt ár, men Víkingurvildi gera avtalu í hálvtan-nað ár, tí annars sóu teirtað ikki sum nakra framtí-ðar íløgu. Men nú KÍ var

    Páll AndrassonKlettskarð vildi af

    “Tá eg kom aftur úrætlanin allatíðina hjaftur til KÍ.”

  • NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012 17

    aftur í Vodafonedeildini,var upplagt hjá mær atfara aftur til KÍ, sigur PállAndrasson Klettskarð viðNorðlýsið.

    Páll letur annars væl attíðini í Víkingi, hóast taðvar ógvuliga ymiskt, hvus-su tað royndist á vøllinum.

    - Eg havi bara gott at beraVíkingi og fólkunum run-dan um har. Jógvan MartinOlsen var ein góður og seri-øsur venjari og venjingar-nar vóru góðar, og annarsfall eg væl til beinanvegin.Fyrsta hálva árið gekk eisi-ni væl á vøllinum, tá eghevði fast pláss í uppstil-lingini. Men í 2011 fekk egstórar trupulleikar við ska-ðum og setti tað ávirkan áalt kappingarárið. Tó haldieg kanska, at eg menti megmest í 2011, og tá hugsi egum tað mentala, har einskuldi stríðast við skaðarog tað at sita uttanfyri. Egfekk onga orduliga grund-venjing eftir skaðan, mentó er einki at stúra fyri tilkappingina í ár Eg ivist ikkií, at Páll Guðlaugsson nokkskal fáa meg og hinar KÍleikararnar í toppvenjing,sigur afturkomni klaksví-kingurin.

    Sær ljóst uppá kappingina í árVit spyrja eisini Páll um,hvat hann kann geva liði-num og um hann er einbetri leikari nú enn táhann leikti við KÍ seinast í2009.

    - Í fjør spældi KristoffurJakobsen fyri tað mesta íálopinum og gjørdi tað seragott við m.a. at skora 14mál í landskappingini. Egvóni, at eg kann geva liði-num fleiri streingir at spælauppá og kanska eisini meirafysikk, sigur hann.

    KÍ hópurin er nakaðbroyttur í mun til í fjør,men Páll sær ongar orsøkirtil at stúra og serliga í fram-rættaða partinum sær gottút.

    - Frameftir haldi eg taðsær sera gott út, har liðið ápappírinum hevur nógvar

    streingir at spæla uppá. Íverjupartinum eru fleiri lei-karar farnir, men har havavit leikarar sum SigmundGunnarstein Jacobsen,Sørmund Kalsø, RudolfEliasen og Jógvan Isaksen.Kanska tykist tað sum umbreiddin í verjupartinumikki er so stór, men harkunnu ungir leikarar gottkoma inn um tað skal veraog taka av møguleikunum,og tað ivist eg faktisk ikki í,at teir gera, sigur Páll, sumannars heldur, at talan erum ein ungan og spennandiKÍ hóp.

    Fyrireikingarnarfarnar í gongdNýggi KÍ venjarin, PállGuðlaugsson, er komin tilKlaksvíkar og Páll hevurhavt sínar fyrstu venjingarundir honum. Hann leturvæl at higartil, hóast grun-darlagið sjálvandi erógvuliga tunt enn, nú liðiðjúst er byrjað uppá fyrirei-kingarnar til kappingará-rið.

    - Páll tykist vera ógvuligaseriøsur og hevur eina góðaætlan fyri, hvat hann vilokkara hópi. Hann virkarfittur og veit, hvat KÍ sten-dur fyri, so tað sær spen-nandi út, sigur PállAndrasson Klettskarð atenda við Norðlýsið.

    aftur til KÍ

    r úr Danmark vara hjá mær, at venda

    - Vit hava einki ímóti at KlaksvíkarKommuna yvirtekur Badmintonhøllina, men býráði eigur at viðgera báðar høllirnarundir einum, sigur formaðurin í KÍ, Tummas Lervig.

    Á heimasíðuni hjá KÍ í dag verður lýst til aðalfund mánakvøldið 6. februarkl. 20 og umframt vanligu málini, ferð alfundurin eisini at umrøða framtí-ðarviðurskiftini við KÌ høllina.

    Klaksvíkar Ítróttarfelag og Norðoya Sparikassi eiga í felag 50% hvør av par-tapeninginum í P/F KÍ høllini.

    - KÍ høllin er í tí støðu at hon fer ongan veg í løtuni. Men nú tað er komiðalment fram at Klaksvíkar Kommuna skal yvirtaka Badmintonhøllina halda vittað er neyðugt at gera vart við at tað er umráðandi at Klaksvíkar Býráð viðgerframtíðarviðurskiftini á Stadion økinum undir einum.

    - Vit hava ikki samskift við býráði um hendan spurning men fara í næstum attosa innan hýsis í felagnum og eisini við hin partaeigaran í KÍ høllini, sum erNorðoya Sparikassi.

    - Stadionøkið eigur at verða eitt felags konsept fyri allan býin og tí er umrá-ðandi at býráði viðger spurningar sum viðvíkja hallunum og økinum í síni heildundir einum.

    - Spurningurin er hvat vilja vit og hvørjar íløgur eru neyðugar at gera í fram-tíðini.

    Aðalfundur hjá KÍ Ársaðalfundurin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag verður mánakvøldi 6. februar2012

    Á hvørjum ári hevur Klaksvíkar Ítróttarfelag ársaðalfund. Í ár verður ársaðal-fundurin hildin mánakvøldi 6. februar á KÍ loftinum kl. 20.00

    Skrá sambært viðtøkum felagsins.

    Rembingarí KÍ høllini

  • 18 NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012

  • NR. 2 HÓSDAGIN 12. JANUAR 2012 19

    L Ý S I N G A R T E K S T U R S E N T H E V U R

    Merkið brævbjálvan »Undir neystunum«

    Sendið hann til: Norðlýsið – Box 58 – Klaksvík

    Navn:

    Bústaður:

    Bygd/býur:

    Tlf.:

    L Ý S I N G A R T R E Y T I RBert ein lutur í hvørjari lýsing. Hægsta søluvirði kr. 20.000,-. Fyritøkur og virki gjalda vanligan lýsingarprís. Teigurin

    er ókeypis fyri privatar lýsingar undir 20.000 kr. Lýsingin skal verða skrivað á henda seðil og verða klipt úr einumNorðlýsið og sent okkum. Fyri smálýsingar, sum verða sendar okkum ígjøgnum mail, fax ella eru skrivaðar á kopi,

    er vanligur lýsingarprísur galdandi.

    V I N A R L I G A S E T I Ð M Æ R H E S A L Ý S I N G Í B L A Ð I Ð T V Æ R F E R Ð I R

    UNDIR NEYSTUNUM

    Lýsingarnar koma eisini á heimasíðuna www.nordlysid.fo ókeypis í 2 vikur

    Hundaluftari søkistEr tað nakar ið kann hjálpa okkum við at

    ganga túr við týk okkaraímeðan vit eru til atbeiðis.

    Talan er um 30min, 1-2 ferðir um vikuna. Um áhugi er, vinarligaring 455247/755247.

    Neystagrund á Strondtil sølu um hóskandi boð

    fæst.Tel. 459494 & 223865

    Tvey gásapør til søluTelefon 455417

    Gudstænasta 2. Sunnudag eftir trettanda

    hin 15. Januar:

    Húsar kl. 12. MagnusBrahé Jørgensen.

    no

    rdly

    sid

    .fo

  • Myndin sýnir eindaggamlan fisk fráútróðrarbáti og einfisk frá trolara.Báðir fiskarnir lan-daðir sama dag.

    Vit hava spurt PeterSimonsen, fiskakeypara,ið fæst við millum annaðat keypa daggamlan útró-ðrarfisk á høgum góðs-kustøði, til útflutnings tilsuðurevropa, um hvathann hevur at siga ummyndina.

    Jú, sigur Petur Simonsen,hatta lýsir væl munin áfiski. Hasir báðir fiskarnirskulu brúkast til hvør síttendamál. Trolarafiskurinhevur útsjóndina ímóti sær.Eg trúgvi, at biður tú eingóðskumetara hyggja attrolarafiskinum, so fær fis-kurin tað skoðsmál, at hanner prima vøra til flakaske-ring.

    Útróðrarfiskurin hinve-gin sær leskiligur út og ervæl viðfarin umborð. Hannhevur uppiborið eina betriviðferð enn at vera skorintil flak og síðani frystur.

    Í hesum døgum verðurnógv tosað um at tíðin erfarin frá útróðrinum.Hvussu er og ikki, so veiteg bara, at útróðrarmennkunnu rokna við, at fáabetri prís fyri fyrsta floksdaggamlan útróðrarfisk.

    Vit fiskakeyparar erublivnir betri til at seljaokkara fiskavørur. Ikki tivit eru klókari enn okkaraundangongumenn, menheldur tí, at vit ídag havabetri amboð at arbeiða við.

    Ídag er tað longu soleið-is, at góður útróðrartoskurfær hægri prís enn annartoskur. Sjálvandi skalt tútaka við, at úti í heimigongur upp og niður viðfiskaprísum. Viðhvørt veljafólk í londum vit útflyta til,at velja okkurt annað framum fisk, so lækkar prísurin,ella um peningaviðurskiftibroytast.

    Men tað er ongin ivi um,at daggamal útróðrarfiskur,ið er væl hagreiddur umbo-rð, frameftir fer at liggja áeini hægri príslegu ennannar fiskur. Orsøkin, ja,hana sært tú millum annaðá myndinin hjá tær sjál-vum.

    Eg selji fyrst og fremst tilfiskahandlarar í suðurevro-pa. Tú kanst fyristilla tærhvønn av hasum báðumtoskunum ein spansk,fronsk ella hollendsk hús-móðir hevði vald, um honkom inn at keypa sær eintosk.

    Men fær ikki skeivur.Fiskivinnan hjá okkum skalhava fleiri bein at standa á.Ein partur er saltfiskafram-leiðsla, ein annar partur erfrystar portiónir og so víða-ri. Tað er umráðandi at vithava ein so fjøltáttaðanmarknað sum møguligt fyriokkara fiskatilfeingi, og harkunnu vit ikki okkara allarbesta kvalitet fyriuttan.

    Føroyska samfelagiðhevur snøgt sagt ikki ráð tilat gloyma útróðurin. Mentá eg sigið útróðurin, soskal eg eisini taka við, ateitt nú í Klaksvík eru nakrirstórir útróðrarbátar, harflestu teirra veruliga gerasær ómak við góðskuni.

    Hinvegin tá veðrið verðurgott og streymurin góður,so økist útboðið av dag-gomlum útróðrarfiski nógv,tað eru einsamallu menni-nir, sum tá fara til útróðrar,og tað er minni enn so altíðprima fiskur teir koma við,

    hóast nakrir veruliga gerasær ómak.

    Myndurleikarnir eiga athava eitt vakið eygað viðútróðrinum og bera so íbandi at tað besta av tíbesta innan okkara fiskavø-rur framhaldandi kann ríka

    okkara útboð av fiskavø-rum.

    Eg ivist onga løtu í, at taðfer at bera betur til at drívaútróðrarbát í framtíðini. Vitfiskakeyparar eru sum sagtblivnir nógv betur til atfinna nýggjar marknaðar,

    og harafturat gerast vit allatíðina fleiri. Ídag eru viteini sjey átta, sum kappastum hendan fiskin, og taðlegst alla tíðina.

    NORÐLÝSIÐ • RYGSVEGUR 3 • BOX 58 • 700 KLAKSVÍK • TEL. 456285 • FAX 456498 • [email protected] • www.nordlysid.fo

    Útróðrarfiskurí serflokki