20
broyr lív og samfeløg 1. útgáva 2012 MINNINGARORÐ UM Árna B. Jensen síða 14 OM FØROYAR BYRJANIN síða 4 Nýtt føroyskt OM blað HVAR KANN EG FARA? ITALIA & MOLDOVA síða 8

OM Føroyar - nr. 1 2012

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Tað er við gleði og takksemi, at vit geva tær hetta nýggja OM Føroyar blaðið í hondina, sum eftir ætlan skal koma út fýra ferðir um árið. Nógv vatn er runnið í ánni, síðani tað síðsta OM blaðið kom út í 2001 - fleiri leiðaraskifti, nógv fólk farin út í missión og nógv fólk komin heim aftur.

Citation preview

Page 1: OM Føroyar - nr. 1 2012

broytir lív og samfeløg1. útgáva 2012

Minningarorð UMÁrna B. Jensensíða 14

OM FØROYARBYRJANINsíða 4

Nýtt føroyskt OM blað

HvAR kANN eg FARA? ItAlIA & MoldovAsíða 8

Page 2: OM Føroyar - nr. 1 2012

RedaktiónSniðgeving og layout: Pól Andrias LarsenRættlesing: Erla Bech NolsøPrent: FøroyaprentMyndir: OM International, Thomas Brower,Pól Andrias Larsen umframt privatar myndir

Útgevari OM Føroyar, Glyvravegur 66,Postboks 157, 610 SaltangaráTlf. 219923/296079teldupost: [email protected]

OM Føroyar - fyrsta útgávaTað er við gleði og takksemi, at vit geva tær hetta nýggja OM Føroyar blaðið í hondina, sum eftir ætlan skal koma út fýra ferðir um árið. Nógv vatn er runnið í ánni, síðani tað síðsta OM blaðið kom út í 2001 - fleiri leiðaraskifti, nógv fólk farin út í missión og nógv fólk komin heim aftur.

OM Føroyar er partur av altjóða felagsskapinum Operation Mobilisation, sum hevur umleið 6100 trúboðarar í yvir 95 londum og arbeiða í yvir 100 londum.

Page 3: OM Føroyar - nr. 1 2012

“Tíðirnar skifta, men Hann er hin sami. Umstøður broytast, men Hann broytist ei.”

Hetta kunnu vit meir enn nakað annað gleðast um – at hóast nógv er broytt, síðani OM fyrstu ferð kom til Føroyar, so er Jesus tann sami, og enn í dag er tað Hann, sum drívur verkið, og ikki vit menniskju.

Ofta hevur verið tosað um, at OM Føroyar eigur at verða meira sjálvstøðugt, tí vit senda so nógv fólk út í missión. Fyri umleið 1½ ári síðani kom hetta evnið framaftur, og saman við OM Danmark leiðsluni varð avgjørt, at hetta var tann rætta tíðin at taka stigið til meira sjálvstøði. Við fullum viðhaldi frá OM Europe og OM International varð farið í gongd við arbeiðið. Fyrsta uppgávan – og kravið – var, at OM Føroyar fekk eina nevnd, sum hevði umboð frá fleiri samkomubólkum. Hetta arbeiðið hevur tikið nakað av tíð, men í dag eru vit takksom fyri at síggja, hvussu Gud hevur leitt hesa broytingartíðina og eru takksom fyri úrslitið.

Okkara størsta ynski, sum leiðarar fyri OM Føroyar, er at síggja menniskju broytast, tí

Jesus – sum ikki broytist – kemur inn í teirra lív. Vit trúgva og hava upplivað, at tey, sum velja at seta tíð av til at fara út í missión, fáa eina broytta lívsáskoðan, og teirra lív broytist. Tí er bøn og vón okkara, at vit kunnu senda nógv fólk út í missión – verði tað seg fyri styttri ella longri tíð. Møguleikarnir eru óteljandi, og tørvurin er ovurhondsstórur.

Ynskir tú broyting í tínum lívi? Ynskir tú at uppliva at síggja menniskju broytast? So mást tú tora at taka stigið, sum skal til, fyri at broytingin skal henda. Um tú ynskir at uppliva nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr, so mást tú gera okkurt, sum tú ikki hevur gjørt fyrr.

Vit eru takksom fyri tær broytingar, sum eru farnar fram í OM Føroyar – samstundis sum broytingar altíð eru avbjóðandi – men hesum avbjóðingum taka vit gleðiliga við, tí vit vita, at hetta er ikki okkara verk, men Harrans verk. Tað er Hann, sum nemur hjørtuni, tað er Hann, sum kallar menniskju út í missión, tað er Hann, sum leggur menniskjum á hjarta at stuðla og biðja.

Vit eru Harranum so sera takksom fyri Hansara trúfesti og Hansara kærleika.

Tíðirnar skifta...Mynd: Pól Andrias Larsen

anita og oddmar Tausen Landsleiðarar fyri oM Føroyar

nr. 1 - 2012 3

Page 4: OM Føroyar - nr. 1 2012

OM og FøroyarOperation Mobilisation (OM) er ein missiónsfelagsskapur, sum byrjaði í 1957 í USA, tá ein bólkur av ungum amerikanarum, við George Verwer á odda, fór til Mexico at býta út kristnan lesnað.

Men hvussu varð byrjanin í Føroyum?

Eftir Poul Jóhan DjurhuusÍ 1963 varð eitt møti hildið í enska býnum Exeter í Suður-Onglandi. Har er vitjan av einum ungum amerikanara, bert 25 ára gamal. Ungi maðurin hevur fingið eyguni upp fyri fallandi missiónsáhuga í Europa, og heldur seg síggja, at europeiska meginlandið er ein vaksandi missiónsmark við nógvum avbjóðingum.

Við eini byrði á hjartanum fyri Europa stígur hesin 25 ára gamli amerikanarin upp á talarastólin og talar til eina fullsetta kirkju um stóra tørvin inni á europeiska meginøkinum at fara út við evangeliinum, bæði í prædiku og skrift. Nógv fólk var komið at hoyra henda unga mannin og uppliva hansara serligu evnir at smitta onnur við eldhuganum fyri evangeliinum. Fleiri høvdu longu hoyrt um hansara sterku ávirkan í USA og í Mexico síðani hansara fyrstu vitjan í Mexico í 1957 – ungi maðurin var eingin annar enn sjálvur George Verwer.

FyRsta FøRoyska saMbandiðGeorge Verwer og OM vóru ókend nøvn í Føroyum um hetta mundið, men á hesum nevnda møtinum í Exeter var ein føroyingur – Petur Oluf Hansen úr Fuglafirði. Petur Oluf er yngsti bróður Brynleif Hansen, sála. Hann var næmingur um tað mundið á Moorlands Bíbliuskúla. Hann og aðrir næmingar fóru at lurta eftir hesum unga amerikanaranum. Petur Oluf sigur, at hann sat beint undir talarastólinum og fekk hvørt orð við, sum sagt

varð, og sá unga mannin væl. Hann fekk eisini høvi at heilsa persónliga uppá hann. Minnist, at George greiddi frá, at hann kom til trúgv, meðan hann sat á einum stórmøti hjá Billy Graham. Petur Oluf sigur, at hann minnist væl, at George tók soleiðis til: “What Billy said hit me like a slegdehammer!” – væl varð rakt, tí milliónir av menniskjum eru rakt síðani tá.

Petur Oluf varð “smittaður” av sterka boðskapinum hjá George um tørvin at evangelisera í Europa. Tá Petur Oluf var liðugur við bíbliuskúlan hetta sama árið, so ynskti hann at geva ein mánað av síni tíð til missiónsvirkið inni á europeiska meginøkinum. Hann fór fyrst á eina missiónsstevnu í Frankaríki, har hann hoyrdi um møguleikan at fara til Italia.

Petur Oluf gjørdi av at fara til Italia, har hann var ein mánað, summarið 1963. Hann og fleiri onnur fóru við bilum úr Frankaríki suður ígjøgnum Europa til eina bygd tætt uttanfyri Milano í Norður Italia, har tey býttu út kristnan lesnað í bygdum og landsbýum og høvdu nógv møtir í kirkjum og samkomum og eisini nógv útimøtir. Ein av høvuðsuppgávunum hjá Petur Olufi var at vera førari á einum av teim mongu hundrað bilum og bussum, sum OM átti, og sum í fleiri førum vóru keyptir fyri ein bíligan penga á upphøggingarstøðum og síðani gjørdir í stand.

Petur Oluf skrivaði heim til Petur Háberg, sum tá var blaðstjóri á blaðnum Lív og Læra, og hann skrivaði soleiðis í blaðnum nr. 14/15 í 1964: “George Verwer í Amerika er sálin í stórum verki til útbýtingar av traktatum kring um heimin og sølu av bíblium og kristiligum bókum. Seinasta ár tóku eini 2500 fólk lut í hesum arbeiði í Frankaríki, Italia og Spania. Petur Oluf Hansen var við úr Føroyum, og lá hansara virkisøki um

www.om.fo4

Page 5: OM Føroyar - nr. 1 2012

Milanoleiðina. Tey tóku rættuliga væl ímóti.(...) Tað hendi, at teir vórðu tiknir á politistøð, men fingu onga sekt ella trupuleikar – heldur greiddu teir frá evangeliinum á politistøðunum.” Árið 1963 var eitt rættuligt gjøgnumbrot hjá OM í Europa, og mitt í hesum gjøgnumbrotinum var ungi fuglfirðingurin Petur Oluf.

Hetta var sostatt tað allarfyrsta sambandið hjá samkomunum í Føroyum við missiónsfelagsskapin OM.Við hesum lítla tíðindastubba í Lív og Læru frá Petur Olufi høvdu ungdómurin og samkomurnar í Føroyum á fyrsta sinni hoyrt um tað umfatandi og spennandi virkið hjá Operation Mobilisation - og tað má sigast, at eftir nøkrum árum tendraði í hjá teimum ungu í Føroyum.

GeoRGe VeRweR á spolabandiMiðskeiðis í sekstiárunum eru tveir ungir trúgvandi vinmenn í Havn, sum hava fingið samband við OM í Onglandi, og fáa hvønn mánað bønarbrøv og spolabond, har George Verwer talar. Teir lurta við stórum áhuga eftir

talunum. Fyri at fáa eitt nýtt spolaband, mátti tú senda tað fyrra aftur. Hetta var ókeypis, men tú kundi altíð geva eina gávu, um tú ynskti tað.

Til stuttleika kann nevnast, at í seinna partinum av 1968 komu ikki fleiri spolabond. Orsøkin var, at tað seinasta bandið aldri varð sent aftur, og er enn í varðveitslu hjá øðrum teirra. Um George Verwer nakrantíð kemur til Føroyar, sum hevði verið ynskiligt, so skal hann fáa gamla spolabandið sum souvenir.

Tað var stimbrandi fyri okkum ungu í sekstiárunum at lurta eftir unga manninum, George Verwer, sum brendi fyri at náa út við evangeliinum, fyrst og fremst ígjøgnum tað prentaða orðið - bíbliur, bøkur og traktatir. Hetta vakti áhugan hjá fleiri ungum trúgvandi at fara út og gera tað sama. Regluligar traktatvitjanir vórðu skipaðar um alla Havnina, og eisini varð skipað fyri mánaðarligum traktatvitjanum til allar bygdirnar, bæði í Suður- og Norðurstreymi, við George Verwer sum fyrimynd og íblástur. Traktatir vórðu enntá skrivaðar og prentaðar til hetta endamálið.

GeoRGe VeRweR uMboRð á loGos Hope

Mynd: Thomas Brouwer

nr. 1 - 2012 5

Page 6: OM Føroyar - nr. 1 2012

Róland í skoRiniMen so kom hugurin at fara út um landoddarnar við Orðinum, og tann næsti føroyingurin, sum vit vita um, ið er farin missiónsferð við OM, er Róland Í Skorini, sum var annar av teimum, sum lurtaðu eftir George Verwer á spolabandi. Róland var í 1969 í París, og summarið 1970 var hann í Normandínum, har tey vitjaðu ikki færri enn 300 bygdir og landsbýir – tíðindastubbin í lív og læru og spolabondini byrjaðu so smátt at geva úrslit.

tuMMas JaCobsenTann triðji føroyingurin, sum fer avstað, er Tummas Jacobsen úr Søldarfirði. Hann fór sum maskinmaður við missiónsskipinum Logos í 1970, sama ár sum skipið varð keypt. Hann var við á allarfyrsta missiónstúrinum, sum var úr Rotterdam til London, fyrst í 1971. Logos var fyrsta skipið av fýra hjá OM. Hetta var gamli Umanaq, sum sigldi mong ár millum Danmark, Føroyar og Grønland. Tummas var meiri enn eitt ár við OM og Logos, og var sostatt fyrsti føroyingur, sum var eitt heilt ár við OM, og var eisini fyrsti føroyingurin, sum mynstraði inn á einum OM skipi. Tummas gjørdist seinni flogmekanikari, sum eisini hevur verið hansara arbeiði síðani. Tummas er giftur við Onnu, og tey búgva í Vatnsoyrum í dag.

bólkuR FeR aVstaðÁ sumri í 1971 eru fleiri úr Føroyum við OM: Anna Sloan, Mai Breckmann, Meta Thomsen, Rakul Dam, Elsebeth Nolsøe, Eirik Gunnarson, Justines Eliassen og Elsa Absalonsen. Hesi eru sostatt millum teir allarfyrstu føroysku bólkarnar, møguliga tann fyrsti, sum virka við OM. Jústines og Elsa komu tó ikki saman við hinum úr Føroyum, men komu úr Århus, tá tey vóru lesandi har um tað mundið.

eiRikuR GunnaRsonEirikur Gunnarson úr Havn, sum var við í bólkinum úr Føroyum, valdi eftir summarið í 1971 at halda fram innan OM, og hann var knapt fimm ár við OM, bæði sum maskinmaður umborð á Logos og sum bilmekanikari í landi. Eirikur brúkti stóran part av síni bestu ungdómstíð í tænastu hjá OM, hevur ferðast ómetaliga nógv hesi næstan fimm árini við OM og upplivdi lond og mentanir, sum vóru lítið kend og vitjað av føroyingum í fyrra partinum av sjeytiárunum.

Hann var fyrsti føroyingur, sum var eitt longri tíðarskeið við OM. Hann var 22 ár, tá hann fór fyrstu ferð avstað, og hann var 26 ára gamal, tá hann kom heimaftur til jólar 1975, tá hann fór á maskinskúla í Havn - Eirikur varð ein ímynd av OM í sjeytiárnum. Eirikur giftist við Marjun á Bergi úr Klaksvík. Tey búðu fleiri ár í Signabø, men búgva nú í barndómsheiminum hjá Eiriki í Havn.

Meta, Mai og Anna á veg til Fraklands við OMjuli 1971

www.om.fo6

Page 7: OM Føroyar - nr. 1 2012

páll poulsen saMband Við oMPáll Poulsen, sum tá virkaði sum trúboði í Berøa, og Rasmus Rasmussen, bóndi í Søldarfirði, fóru í 1971 til Rotterdam í Hollandi at vitja Tummas Jacobsen og eisini at síggja nýggja skipið hjá OM, M/V Logos.

Páll greiðir frá, at hann um tað mundið einki kendi til OM, men at fyrra kona hansara, Katie, sum var úr USA, var ein av gentunum, sum fóru saman við George Verwer ein av teim allarfyrstu traktattúrunum til Mexico í 1958 og var eisini við, tá OM gjørdi eina av sínum fyrstu traktatinnrásum í Europa fyrst í sekstiárunum, allarhelst á tí fyrsta túrinum í 1961. Páll sigur, at hann hevði aldri hoyrt Katie nevna nakað um hetta, men tá Tummas Jacobsen fór við OM/Logos, tá nevndi hon fyri Páll á fyrsta sinni, at hon sum ung genta var við OM bæði í Mexico og í Europa. Soleiðis hoyrdi Páll Poulsen fyrstu ferð um OM.

Hetta, sum konan greiddi frá, gjørdi, at Páll fekk serligan áhuga at vitja OM og nýggja skipið Logos. Páll sigur, at hann og Rasmus fingu loyvi at sigla við skipinum á fyrsta túrinum, sum varð úr Rotterdam til London. Á hesi ferðini møtti Páll Poulsen einum OM leiðara, sum kallaðist Clive Clayton, sum kom at hava avgerandi týdning fyri tey fyrstu fetini í sambandinum millum OM og Føroyar.

FyRsta oM VitJan í FøRoyuMPáll Poulsen bjóðaði Clive Clayton at koma til páskastevnuna í Zarepta í 1971. Hann var sostatt fyrsta OM umboð, sum vitjaði í Føroyum. Fyri fullsettum sali í gamla húsi í Zarepta greiddi hann frá heimsumfatandi arbeiðinum hjá OM og møguleikunum við nýggja skipinum, Logos.

Meta av Fløtum, Mai Breckman og Eirikur Gunnarson, sum vóru á páskastevnuni, greiða frá, at tey minnast, hvussu væl Clive Clayton

greiddi frá arbeiðinum hjá OM, og at tað var spennandi at hoyra hann, og at hann bæði vísti myndir og legði tilfar fram um OM. Úrslitið av hesi vitjan var, at tann fyrsti bólkurin úr Føroyum fór við OM á sumri 1971. Bólkurin er nevndur fyrr í greinini. tey slóðaðu FyRi Fólkini, sum eru nevnd í hesi grein, vóru millum tey allar fyrstu, sum høvdu samband við OM. Tað kann tí leggjast teimum til inntøku at hava brotið upp úr nýggjum í føroyskari samkomusøgu. Hesi hava latið upp dyrnar fyri samkomunum í Føroyum til eina heimsmissiónsmark við ótaldum møguleikum, og tey hava slóðað leið fyri teimum mongu føroyingum, væl omanfyri tey túsund, ið hava luttikið við OM á landi, OM á sjónum og OM TeenStreet seinastu 50 árini og eisini hjá teimum, sum í framtíðini fara at virka við hesum felagsskapi - Harrin havi takk fyri OM, og Hann signi tey mongu, sum virka, og sum fara at virka innan OM.

Á hesari myndini síggjast Jústines Eliasen og Elsa í Skorini saman við toyminum.

Blaðnevndin hevur roynt at fingið fatur á myndum frá hesari tíðini, sum greinin fevnir um, men tað letur seg ikki gera. Vit hava fingið fortalt, at tað ikki var loyvt at hava fototól við, ti OM leiðslan metti hetta at vera burturspiltir pengar. Hesa felagsmyndina eydnaðist tað tó onkrum at sníkja seg til at taka.

nr. 1 - 2012 7

Page 8: OM Føroyar - nr. 1 2012

Hvar kann eg fara?

“Bellissimo” (fantastiskt). Sjálvt um tú ikki tosar italienskt, so er hetta tað, sum tú upplivir, tá tú fyrstu ferð vitjar dalin í Norður-Vestur Italia og lyftir eyguni upp til alpunar, sum eru allan vegin rundan um teg. Staðið, sum OM keypti í hesum dalinum, kom at eita Forterocca, og opnaði fyri vitjandi í 2008. Tey seinastu árini hava 22 Italienskar samkomur, fleiri kristnir felagsskapir og 27 ymiskir bólkar notið gott av bygninginum, sum hevur 130 sovipláss og sera góðar konferansumøguleikar.

Eliseo Guadagno er í dag leiðari fyri Forterocca. Hann greiður soleiðis frá, hvussu hann kom har til: “Eg hevði altíð ímyndað mær, at eg skuldi brúka eitt ár til trúboðan, so tá eg var liðugur við student, royndi eg at sleppa við OM skipunum, men fekk at vita, at eg bara kundi fara í eitt tvey-ára tíðarskeið, og tað helt eg vera ov leingi. Eg avgjørdi í staðin at gera hertænastuna beinavegin, men til mína undran tók eg frínummar. Og tá ið Gud soleiðis gav mær nøkur ár eyka, so helt eg, at tey skuldu brúkast fyri Hann, og eg fór við OM skipunum. Eg arbeiddi í tvey ár í bókasøluni umborð og bleiv seinni leiðari har. Í 1998 møtti eg Paulu úr Colombia, og vit giftust tvey ár seinni.Tá ið vit í 2004 blivu spurd, um vit vildu koma

til Forterocca at hjálpa til við at renovera bygningin, valdu vit at taka av. Í tvey ár hjálpti eg til við byggingini og tók mær av hjálparfólkunum, sum komu. Eftir hesi tvey árini, spurdi OM Italy, um eg kundi vera leiðari fyri Forterocca, og vit søgdu ja og eru enn í hesi tænastu fyri Harran.

Brúk er fyri hjálparfólki til Forterocca alt árið, og tað er møguligt at koma í ein mánað, hálvt ár, tvey ár ella so leingi, sum ein nú ynskir at koma. Prísurin er kr. 75 um dagin, og er hetta fyri mat og gisting. Sum hjálparfólk arbeiðir ein 5 dagar um vikuna á Forterocca, ein dag við outreach og so er ein frídagur um vikuna. Uppgávunar á Forterocca eru reingerð, matgerð, servering, havaarbeiði, arbeiði í móttøkuni og alt møguligt annað. Brúk er eisini fyri timburmonnum o.l. Hjálparfólk kunnu vera í øllum aldri. Høvuðsmálið á Forterocca er enskt. Treingir tú bara til at slappa av og lada upp, so er hetta heilt víst staðið. Til ber at koma har sum einstaklingur, bólkur ella samkoma. Prísurin fyri tað er kr. 250 um dagin, og dekkar tað gisting og allar máltíðir.

Hevur hetta tín áhuga, kanst tú venda tær til OM

Føroyar.

Eliseo Guadagno við familju

Italia

www.om.fo8

Page 9: OM Føroyar - nr. 1 2012

Matthew og Helen Skriton vóru fyrstu ferð og vitjaðu í Moldova í 1995 og vóru síðani og vitjaðu í fleiri ár og høvdu ymisk toymir við. Í 1998 varð OM Moldova stovnað, og í dag teljast 40 fólk í OM Moldova toyminum, harav umleið helmingurin eru moldovar.

Moldova er eitt tað fátækasta landið í Evropu. OM Moldova ger tí eisini nógv við at hjálpa teimum fátøku. Veturin er sera kaldur, og vetrarhálvuna vitjar OM Moldova saman við lokalu samkomunum umleið 630 familjur við einum matpakka og við gleðiboðskapinum. Sum úrslit av hesum arbeiði, síggjast nógv av hesum fólkum aftur í samkomunum.

OM Føroyar hevur seinasta árið sent trý fólk til Moldova. Majken Hvítklett var til skeiðið, sum eitur Challenge into Mission. Klara Johannesen og Sofía Purkhús vóru til eitt av summarskeiðunum, sum eitur “Love Moldova”.

Challenge into Mission (CiM) er eitt venjingarskeið og varðar í tíggju vikur. Góð undirvísing er, farið verður ígjøgnum Bíbliuna, og granskað verður í týdningarmiklum bíbilskum grundvirðum. Eisini fær ein venjing í at fyrireika tilfar til outreach og sleppur

Love Moldova• adventure Cycling• Village outreach• adventure trekking• Construction team• soccer camps & extreme games

• River adventure

Tíðarskeið• 17. juni - 30. juni• 1. juli - 14. juli• 19. juli - 1. august• 5. august - 18. august

at royna tað, ein hevur lært, tá farið verður á outreach. Challenge into Mission er frá 7. oktober til 20. desember og kostar umleið kr. 8000, íroknað er gisting, matur og tilfar. Ferðaútreiðslur koma afturat prísinum.

Love Moldova bjóðar ikki minni enn 22 outreach í summar. Veljast kann ímillum fleiri ymiskt sløg av outreachum. Outrechini varða í 14 dagar og kosta umleið kr. 2500. Aldursmarkið er 18 ár.

Mynd: OM Moldova

Moldova

nr. 1 - 2012 9

Page 10: OM Føroyar - nr. 1 2012

Logos HopeKatrin, Jón, Ingi og Fríðrikkur Helmsdal eru umborð á Logos Hope. Tey fóru umborð í juni 2011og koma heim síðst í mars.

Jón arbeiðir sum stýrimaður umborð.

Logos HopeJacobina, Hjalmar og Theodor Andreasen eru júst komin umborð á Logos Hope eftir fýra vikur av venjing og undirvísing. Tey verða eftir ætlan umborð í tvey ár, og koma heim í februar 2014Hjalmar fer at arbeiða í maskinrúminum.

15 maskinmenn eru umborð á logos Hope í tríggjar vikur og arbeiða í maskinrúminum.Her eru teir avmyndaðir saman við familjunum Helmsdal og Andreasen í Manilla á Filipsoyggjunum

www.om.fo10

Page 11: OM Føroyar - nr. 1 2012

Úti á markini

OM FrankaríkiCecile, Johannis og Sarah Mortensen búgva í Frankaríki, har tey partvís eru við í arbeiðinum hjá OM Frankaríki.

Lifehope, BirminghamClare og Craig Niclasen og døturnar eru í Onglandi, har tey arbeiða út frá Lifehope, Birmingham. Teirra tænasta er ímillum kurdar.

Og Hann segði við teir: “Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri

øllum skapninginum!”Mark. 16:15

Í Føroyum: anita & oddmar tausen, leiðarar - shamila & Høgni Johannesen, trúðarverja o.a.anna & símun pætur á torkilsheyggi, Logos Hope o.a.

Mynd: Thomas Brouwernr. 1 - 2012 11

Page 12: OM Føroyar - nr. 1 2012

TÓRSHAVNARMASKINHANDILVarðagøta 29-30FO-100 TórshavnTlf.: 31 34 42

Vit eru einaumboð av Kärcher trýstspularum til ídnaðin

PoWER UP LOgOs HOpeÍ trý ár hava yvir 2,5 milliónir menniskju vitjað Logos Hope, og møguleikin at náa út til einstaka menniskjað við Guds kærleika erovurhonds stórur.

Stórir trupulleikar eru í maskinrúminum, ogum okkurt ikki verður gjørt skjótt, kann hettasteðga tænastuni. Við Power Up Logos Hopeprojektinum er ætlanin at skifta teir 40 áragomlu generatorarnir út. Høvuðs el-talvan skaleisini skiftast út. Um tað skal gerast møguligtat fullføra hetta arbeiðið, mugu yvir 8 milliónirdollarar fáast til vega til Power Up projektið.Hetta eru nógvir pengar, men við nýggjari ogeffektivari tøkni og royndunum at minka umoljubrúkið er ætlanin, at verkætlanin ervunnin innaftur eftir 7 – 10 árum.

Hvussu kanst tú hjálpa?biðja fyri teimum sum fyrireika projektiðbiðja um at fáa nokk at fakfólkiðbiðja eftir, at tað skal verða møguligt at fáa tær fýra milliónir dollarnar inn, sum mangla í, áðrenn 2012 er komið at enda.

Ynskir tú at stuðla Power Up Logos Hopeprojektinum, kann tað gerast á konto 9181-426.219.2 og viðmerkja Power Up Logos Hope.Meira kunning fæst við at venda sær til SímunPætur á Torkilsheyggi, tlf. 747111 ella [email protected]

www.om.fo12

Page 13: OM Føroyar - nr. 1 2012

TrúðarverjaKristna trúgvin og Bíblian hava til allar tíðir verið fyri álopi, og tíðin í dag er einki undantak. Ungdómurin á hægri skúla lærir um bíbliukritik og møtir hugburði ímóti Guds tilveru, eins og alnótin og sjónvarpsrásir lata heimin upp fyri øllum antikristiligum argumentum, sum kunnu upphugsast.

Nýggja ættarliðið verður upplært at kjakast og stríðast ímóti kristindóminum, men tey kristnu hava sjáldan atgongd til neyðuga tilfarið, kelduna ella venjingina, sum ger tey før fyri at standa ímóti hesum ráki. Tí fer OM Føroyar nú undir at hava venjing og undirvísing í trúðarverju, og hava vit tveir sera spennandandi møguleikar at bjóða fram.

Trúðarverjuskúli í FøroyumVit koma at hava tveir trúðarverju skúlar í Føroyum – ein í Tórshavn og ein í Eysturoynni. Skúlin varðir í eitt ár, og undirvíst verður 1-2 kvøld um mánaðin. Næmingarnir koma at fáa frálæru, praktiska venjing í kjaki og koma at taka lut í bólkaarbeiði. Eisini verður fyrireiking til kvøldini neyðug, og heimauppgávur verða at gera.

Tilmelding og meira kunning er at fáa á www.om.fo. Skúlin kostar kr. 200 fyri alt árið. Skúlin byrjar síðst í mars.

Trúðarverjuskeið í Onglandi15. – 23. juli verður skeið á Lifehope í Birmingham, har áhugaverd evnir innan trúðarverju verða viðgjørd. Skeiðið er á enskum, og eru tað m.a. David Wood úr Amerika, Jay Smidt úr Onglandi og Høgni Johannesen úr Føroyum, sum koma at undirvísa. Nevnast kann at ein túrur eisini verður gjørdur til Speakers Corner í London, har næmingarnar fáa høvið at uppliva og verða við í einum kjaki á høgum støði. Tilmelding fer fram við at kontakta OM Føroyar ([email protected]) ella við at ringja til Høgna á tlf. 597776. Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 2800. Ferðakostnaður er ikki íroknað prísin. Tilmeldingarfreistin er 31. mai.

David Wood, undirvísari í OnglandiDavid Wood er ein fyrrverandi ateist, við harðari fortíð. Hann hevur PHD í filosofi og virkar fulla tíð í USA sum trúðarverji, í kjakið við ateistar og aðrar religiónir.

nr. 1 - 2012 13

Page 14: OM Føroyar - nr. 1 2012

Minningarorð um Árna B. Jensen

Eftir Karl Robert VangBoðini vóru tung, vit fingu mánakvøldið 28. november 2011. Boðini, at Árni Bech Jensen var farin heim til Harran. Men júst hetta, at hann var farin heim til Harra sín, har hann hevur tað so mangan betri, gav boðunum tó annað ljóð og hendingini annað ljós.

Eg havi so gott sum altíð vitað, hvør Árni var, men tað var fyrst í 2000, tá Árni & Maiken og dóttirin Erla komu umborð á Doulos fyri fyrstu ferð, at eg kom at kenna hann og tey sum familju persónliga.  Árni hevði mær vitandi leingi umhugsað at brúkt nakað av tíð síni umborð á OM skipunum, og nú tað gjørdist veruleiki, ynskti hann sjálvur at byrja sum triði stýrimaður. Hann vildi, sum verða man, venja seg við mannagongdir, enska málið o.s.fr.; men hann noyddist tó frá fyrsta degi at mynstra sum 1. stýrimaður, og fekk at vita frá táverandi yvirstýrimanni, at hann um stutta tíð fór í land, og at tá skuldi Árni mynstra sum yvirstýrimaður. Sjálvt um hetta var nakað nógv at fáa serverað fyrsta dagin umborð, so kláraði Árni uppgávuna til lítar, og innan leingi gjørdist hann skipari á MV Doulos, tá heimsins elsta ferðamannaskipi á heimshøvunum. Sjálvur var eg umborð hetta tíðarskeiðið, og var tað mær ein heiður at arbeiða og virka saman við Árna. Eg síggi við gleði og takksemi aftur á tíðina, vit høvdu saman.

Árni kundi siga tingini uppá sín egna avgjørda máta, og ein visti, hvar ein hevði hann, men tó var hjartað altíð á røttum stað. Árni var fyri fleiri av teimum ungu dekkarunum sum ein pápa/abba figurur, sum sjálvt um hann til tíðir sá álvarsamur út, hevði eitt hjarta fyri tænastuni og ikki minst fyri teimum ungu umborð. Millum føroyingar flestar var Árni best kendur sum Árni Bass, men millum tey sum sigldu undir (saman við) honum umborð á OM skipunum, verður hann minstur sum “the singing captain”. Eftir tíðina umborð á Doulos sum familja, loysti Árni fleiri ferðir av, bæði á Doulos, Logos II og Logos Hope, mangan einsamallur, men eisini saman við Maiken. Eisini hálpti Árni OM skipunum og okkum, sum tá umboðaðu OM Føroyar, við ymsum uppgávum. Hann royndi altíð at eggja fólkum við stýrimanns- og maskinmeistara útbúgving at nýta nakað av sínari tíð umborð á OM skipunum, eins og hann eggjaði nógvum at geva til verkið fíggjarliga. Eg eri fult greiður yvir, at Árni ikki var lýtaleysur, tað er eingin okkara, men eg tori tó at siga, at Árni var ein kempa, ikki bara í stødd og rødd, men eisini í tí andaliga víngarðinum. Hetta fara vit at minnast hann fyri, og tað fer Harrin at løna honum fyri í ríkiligt mát.

Góðu Maiken, Jákup, Bogi & Erla við familjum, tit hava mist ein Harrans stríðsmann, ein, sum fylti so ómetaliga nógv í familjulívinum. Harrin troysti tykkum í stóru sorg tykkara og sakninum eftir Árna. Árni, vit fara at sakna teg, men vit síggjast skjótt!

Mynd: OM International

Tað er við djúpari samkenslu fyri tykkum, sum hava mist, Maiken, børn, verbørn og abbabørn hjá Árna, at eg skrivi hesu fáu orð til minnis um mann, pápa, verpápa og abba tykkara.

www.om.fo14

Page 15: OM Føroyar - nr. 1 2012
Page 16: OM Føroyar - nr. 1 2012

Ferðast við einum endamáli – tæn Harranum! Í 2011 vóru fýra føroyingar á Transform. Silja í Liða, Tordis, Thorvald og Ruth Gaardlykke.

Fyrri parturin av Transform er ein stevna í Rom, har 450 fólk úr øllum heiminum koma saman í eina viku at lovsyngja og fáa góða undirvísing og venjing. Har eru fólk í øllum aldri. Tey koma sum einstaklingar, hjún, familjur við børnum og sum samkomubólkar. Tað er fantastiskt at vera á Transform stevnuni í Rom. Har eru góðar talur, góð seminar og workshops, og er hetta ein sera góð fyrireiking, áðrenn farið verður út at virka í teimum ymsu londunum.

Transform hevur í ár 40 ymisk toymir í 18 londum. Tey varða eina til tríggjar vikur, og tað eina varðar seks mánaðir. Tú kanst m.a. velja at evangelisera á OL í London, á strondunum í Portugal, á trekkingtúri í Kosovo, vitna fyri jødum og muslimum í Ísrael ella hjálpa til við at smíða og mála í norður Afrika. Ella hvat við Roadtrip gjøgnum Evropu í eitt hálvt ár? Áðrenn farið verður til verka í teimum ymisku londunum, eru øll toymini saman á Transform-stevnuni í Rom 16. – 21. juli. Her eru nógvir góðir møguleikar at læra at evangelisera, royna nakað nýtt og at brúka tínar gávur í Harrans tænastu.

Meir upplýsngarMeir upplýsingar á www.om.fo ella ring til Ruth Gaardlykke tlf. 519090

RutH & tHoRValdAftaná stevnuna í Rom fóru vit tvær vikur við einum toymi til Malta. Vit vóru 11 fólk úr ymsum londum, ið vóru í einum bønarhúsi, har tað var bøn alt samdøgrið. Vit fingu nýggjheitir og bønarevnir frá øllum Transform toymum. Tað var sera gevandi at brúka so nógvar dagar i bøn, bæði einsamøll og saman við øðrum.Á Malta var eisini eitt annað toymi, sum evangeliseraði á flóttafólkalegum. Umstøðunar hjá flóttafólkunum vóru sera ringar. Vit fóru eisini á flóttaleguna at vita, og vóru vit tá takksom fyri ta undirvísing, vit høvdu fingið í Rom. Vit fingu fleiri samrøður við muslimar og upplivdu, hvussu Harrin talaði inn í støðuna. Vit upplivdu, at hesi fólk fóru at hungra eftir at hava samfelag við Harran, og nøkur fingu Bíbliur og byrjaðu beinavegin at lesa.

Vit fingu gott samband við Dawit, sum býr á flóttafólkaleguni. Hann og familjan búgva í telti inni í einum hangari. Umstøðunar eru vánaligar, og børnini eru ofta sjúk. Dawit sigur, at av tí, at vit hava biðið fyri honum, hava hann og familjan nú fingið politiskt friðskjól og fáa loyvi at flyta úr flóttafólkaleguni.

Grein um Tordis og Silju, sum vóru í Portugal, eftir stevnuna í Rom, kemur i komandi blaðið.

www.om.fo16

Page 17: OM Føroyar - nr. 1 2012

Nevndarfólkini í OM Føroyar

Absalon Áargarð (formaður)Bústaður: Hoyvík Samkoma: Lívdin, har hann er samskipari og í samkomuleiðsluniStarv: samskipari í samkomuni, Lívdin. er útbúgvin politistur. Hevur verið 1 ár á OM Luke í Onglandi

Maja JakobsenBústaður: TórshavnSamkoma: Meinigheithúsið í Havn, har hon m.a. arbeiðir við umsorganarøki og ymiskum fyrisitingarligum uppgávumStarv: sølu og samskipari á Formula. Útbúgvin innan bókhald.

Heri kjærboBústaður: TórshavnSamkoma: vesturkirkjan og Meinigheitshúsið í Havn, har hann er við í leiðsluniStarv: Missiónsskrivari og vara aðalskrivari í kirkjuligu Heimamissiónini. Trúboðari í Tanzania í átta ár og verið HR og Marknaðarstjóri á posta.

Margith O. LatupeirissaBústaður: klaksvíkSamkoma: Betesda, har hon er í ungdómsleiðsluniStarv: sjúkrarøktarfrøðingur, starvast á klaksvíkar sjúkrahúsiHevur verið tvey ár við Doulos.

Sum ein liður í at blíva egið land í OM International, hevur í rúma tíð verið arbeitt við at seta eina felagskristiliga nevnd. Arbeiðið er gjørt í samstarvi millum leiðsluna í OM Føroyar og nevnd og leiðslu í OM Danmark.

Hetta er fyrsta OM Føroyar nevndin:

Jóhan petur JohannesenBústaður: TórshavnSamkoma: Fríkirkjan Oasan, har hann er elstiStarv: Útbúgvin lærari. Arbeiðir lutvís sum lærari og trúboðari. Hevur verði 2 ½ ár í Afrika við Mercy ships.

nr. 1 - 2012 17

Page 18: OM Føroyar - nr. 1 2012

NetbaNkiN sum app

Við Netbankanum sum app kanst tú avgreiða tey mest vanligu banka ørindini, tá tú vilt, har tú ert, bara fartelefonin hevur samband við netið. eik app’in kann tað sama sum vanligi netbankin. Harafturat kanst tú t.d. finna sjálvtøkur ella rokna gjaldoyra–alt í einum lekrum og brúkaravinarligum sniði.

app’in kann brúkast við iphone, ipod touch, ipad og android

www.eik.fo

peter Maiden vitjar í FøroyumFyrsta vikuskifti í november kemur leiðarin fyri OM International á vitjan í Føroyum. Hetta er fystu ferð at Peter Maiden, sum tók yvir leiðsluna frá Georg Verwer í 2003, kemur á vitjan í Føroyum.

Meira verður at lesa um hesa forkunnugu vitjan í næstan OM Føroyar blaðnum.

Tel 477800

www.om.fo18

Page 19: OM Føroyar - nr. 1 2012

Allir limirnir fáa blaðið sendandi fýra ferðir um árið.

Um tú ynskir at gerast limur í OM Føroyar, kanst tú tekna teg á heimasíðu okkara om.fo, ella tú fyllir hendan seðil út og senda hann inn til: oM Føroyar, postboks 157, 610 saltangará

stuðulEndamálið við hesum blaði er at kunna um arbeiðið hjá OM og varpa ljós á missión og tey, sumeru farin út á missiónsmarkina. Tað hevur stóran týdning, at hetta verk verður hildið uppi við bøn.Tørvur er eisini á fíggjarligum stuðli fyri at halda verkið koyrandi og at senda fleiri fólk út í missión.

Ynskir tú at stuðla OM Føroyar, kann peningur flytast á kt. 9181 - 426.219.2. Um tú ynskir, at stuðulin fer til ávíst endamál ella ávísan persón, vinarliga viðmerk hetta á flytingina.

andrew berghamar skrivar:Danska OM blaðið verður borið út til nógv føroysk heim,men einki er sum at lesa tíðindir á sínum móðurmáli. Tígleðast vit í OM Danmark yvir, at OM Føroyar nú aftur erfarið undir at geva blað út, og vit ynskja at geva teimumokkara fulla stuðul. Samstundis ynskja vit, at øll tey, sumhava fingið OM Danmark blaðið, framvegis skulu havamøguleikan at fáa hetta blað, um áhugi er fyri tí.Tú ert vælkomin at seta teg í samband við meg á[email protected] ella tlf. +45 25 36 13 23

gerst limur í OM Føroyar

Tekningarseðil: OM Føroyar

Navn & eftirnavn: ____________________________________________________________

Bústaður:_____________________________________________________________________

Tlf.:_____________________ Teldupostadr.:___________________________________

tilmelding sum:

Undirskrift:___________________________________________________________________

Einstaklingur ( kr. 150,- ) Hjún ( kr. 200,- )

Skriva navn á hinum hjúnarfelagnum:_________________________________________

Egvátti,atgjaldiðverðurfluttavkontumínarisumeinárligføstflyting.

Kontunr.: _______________ - __________________________________________________

OM FøroyarPostboks 157

FO-610Saltangará

Limagjaldið verður flutt 1. mars á hvørjum ári

Page 20: OM Føroyar - nr. 1 2012

Ert tú millum 13 og 17 ár?Fá eina ógloymandi uppliving saman við

3.000 øðrum ungum í Týsklandi frá 28. juli - 4. august

Tilmelding fer fram áwww.teenstreet.fo

Seinasta freist at melda seg til er 22. apríl 2012