16
broyr lív og samfeløg 2. útgáva 2012 síða 8 - 9 OM DAGAR TEENSTREET JOSH & DEBS WALKER síða 10 - 12 FERÐAFRÁGREIÐING FAMILJAN HELMSDAL síða 4 - 5 LOGOS HOPE

OM Føroyar - nr. 2 2012

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Føroyska OM blaðið nr. 2, 2012

Citation preview

Page 1: OM Føroyar - nr. 2 2012

broytir lív og samfeløg2. útgáva 2012

síða 8 - 9

OM DAGAR

TEENSTREETJOSH & DEBS WALKER

síða 10 - 12

FERÐAFRÁGREIÐINGFAMILJAN HELMSDAL

síða 4 - 5

LOGOS HOPE

Page 2: OM Føroyar - nr. 2 2012

RedaktiónSniðgeving og layout: Pól Andrias LarsenRættlesing: Erla Bech NolsøPrent: FøroyaprentMyndir: OM International, Pauli Djurholm, Jógvan Páll Kannuberg og Pól Andrias Larsen

Útgevari OM FøroyarPostboks 157, 610 SaltangaráTlf. 219923/296079teldupost: [email protected]

OM Føroyar er partur av altjóða felagsskapinum Operation Mobilisation, sum hevur umleið 6100 trúboðarar í yvir 95 londum og virkar í yvir 100 londum.

Kontonr.: 9181 - 426.219.2

Landsleiðarar: Anita & Oddmar Tausen

Nevnd: Absalon Áargarð (formaður), Maja Jakobsen (næstforkvinna), Heri Kjærbo, Jóhan Petur Johannesen, Margith Latupeirissa. 

Page 3: OM Føroyar - nr. 2 2012

ORA ET LABORA – BIÐIÐ OG ARBEIÐIÐ

Mynd: Pól Andrias Larsen

Maja Jakobsen Næstforkvinna, OM Føroyar

Men tit skulu fáa kraft, tá ið Heilagur Andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni Míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini. Áps. 1,8.

Latið okkum takka fyri, at so mong vilja vera vitni og fara at boða øðrum gleðiboðskapin um Jesus. Nøkur fara út í stóru verð, og onnur boða og vitna trúliga her á landi.

Øll Guðs børn eru lærusveinar, og Guð hevur kallað okkum at virka fyri Seg á ymiskum støðum og á ymiskan hátt. Vit eru Guðs vitni har, sum vit eru, góð ella minni góð vitni. Okkara atferð, gerningar og orð eiga heilt nátturligt at vera soleiðis, at vit eru okkara næsta til signingar, Guði til heiðurs og æru.

Nú summarið nærkast, eru tað nógv sum fyrireika seg at fara til fremmand lond í missión, á Teenstreet ella á summarlegu heima í Føroyum. Summarið er tíðin, tá OM Føroyar sendir flest fólk út í tænastu og á

legur, og talið av fólki, sum fara, hevur verið vaksandi seinastu árini. Ein sera týdningarmikil tænasta í hesum sambandi er bønin. At menniskju biðja fyri teimum, sum fara avstað, og teimum, sum boða orðið, bæði úti og heima. Latið okkum øll minnast til at leggja alt hetta fram fyri Guð í bøn og biðja Hann um at ganga undan og vísa okkum vegin og signa verkið.

Men tá ið Hann sá mannamúgvurnar, tókti Honum stórliga synd í teimum, tí at tær vóru illa viðfarnar og vanrøktaðar rætt sum seyðir, ið ongan hirða hava. Akurin er stórur, og arbeiðarnir fáir. Biðið tí Hann, sum akurin eigur, um at senda fleiri. Matt. 9,36.

Vit skulu biðja fyrst – biðja Guð um at kalla og senda fleiri. Biðja Hann um at signa verkið og ganga undan. Latið okkum standa saman í bøn fyri øllum teimum, sum virka fyri Harran – bæði her heima og úti.

Gott summar í Jesu navni.

nr. 2 - 2012 3

Page 4: OM Føroyar - nr. 2 2012

Túrurin umborð á Logos Hope

Í juni mánaði 2011 gekk leiðin til Kochi, í India, har vit skuldu umborð á Logos Hope at arbeiða. Jón skuldi vera stýrimaður, og mítt arbeiði var fyrst og fremst at taka mær av Fríðriki og Inga og síðani at gera okkurt fyrifallandi arbeiði. Eg visti, at Jón fór at arbeiða nógv, og at tað kundi gerast einsligt hjá mær. Men eg gleddi meg ótrúliga nógv at læra um aðrar mentanir, at møta øðrum fólkum, og mítt ynski var eisini at læra Harran betri at kenna.

Tað var ótrúliga spennandi og til tíðir avbjóðandi at búgva saman við 400 øðrum fólkum frá 50 ymiskum londum. Tað er ikki altíð, at øll hava somu áskoðan. Hetta fekk meg mangan at hugsa um, hvussu ymisk vit øll eru, og hvussu ótrúligt tað er, at Gud elskar okkum øll líka nógv.

Vit vóru umborð í góðar 10 mánaðar og vitjaðu 12 havnarbýir í India, Sri Lanka, Malaysia, Singapore og Filipsoyggjunum. Hesir býir vóru

sera ymiskir, og vit upplivdu ótrúliga nógv. Í India og Sri Lanka er framvegis sera stórur sosialur ójavni. Hóast kastuskipanin er tikin burtur við lóg, merkist týðiliga stórur stættarmunur. Tey, sum eru niðast í kastuni, verða kallað dallittar ella “the untouchables”. Tey hava onki virði sum menniskju, fáa onga skúlagongd og arbeiða fyri lítla løn, tí eru tey ofta sera illa fyri. Tó eru tað nakrir felagsskapir, sum hjálpa hesum fólkunum.

Ein teirra, “The Good Shepherd School”, hevur sett fleiri skúlar á stovn, og her høvdu vit møguleikan at geva teimum bøkur, soleiðis

Fríðrikur spælur við gøtubørn á Filipsoyggjunum.

Eftir Katrin Helmsdal

www.om.fo4

Page 5: OM Føroyar - nr. 2 2012

at tey kunnu hava sítt egna bókasavn. Eisini høvdu vit eitt “medical camp”, har møguleiki var at fáa ókeypis lækna- og tannlæknahjálp. Læknin frá Logos Hope greiddi frá, at eini 200 fólk fingu viðgerð hvønn dag, fyri alt frá sera álvarsligum til minni álvarsligar sjúkur.

Áhugin fyri at vitja skipið var sera stórur í India og Sri Lanka. Tað komu yvir 10.000 vitjandi hvønn dag, og tann eina dagin vóru heili 16.000 fólk. Tey vildu so fegin koma í samband við okkum, og tí blivu vit eisini so góð við tey. Eitt, sum dreingjunum hjá okkum ikki dámdi serliga væl, var, at teir altíð blivu klíptir í kjálkarnar, men tað er púra vanligt at gera tað har.

Tað kendist so løgið at koma til Malaysia, tí tað var so nógv meiri framkomið enn India og Sri Lanka. Av tí at størsti parturin av íbúgvunum eru muslimar, er tað forboðið at boða evangeliið har, og tað kundi vera torført til tíðir. Men áhugin fyri at vitja skipið var eisini sera stórur her. Vit høvdu vitjandi nr. 2.000.000, tað vil siga, at tað hava verið yvir 2.000.000 vitjandi umborð á Logos Hope, síðan hon byrjaði at sigla í 2009.

Singapore var eisini ótrúliga stórsligið, og tað var ein stór uppliving at vera har á jólum. Vit høvdu nógvar framførslur, bæði í handilssentrum og á “Orchard Road”. Hetta

er ein sera kend handilsgøta, sum hvørt ár er sera væl vitjað av turistum. Teir koma fyri at uppliva tann serliga jólastemningin, sum er har. Tað eydnaðist okkum eisini at fáa ein bás á “Orchard Road”.

Tá vit komu til Filipsoyggjarnar, merktu vit aftur nógv til fátækradømi. Áleið helvtin av íbúgvunum livir í ekstremum fátækradømi. Vit vóru og vitjaðu eitt ruskpláss, sum kallast “Smokey Mountain”, har 40.000 fólk búgva og liva av burturkastinum, sum kemur inn har. Tey høvdu ikki nógv, sum vit vildu mett hevur nógv virði, men tað hevði nógv virði fyri tey. Á kaiøkinum, sum vit lógu við, búðu fleiri hundrað gøtubørn. Tey hildu nógv til í eini park, sum var tætt við, og ofta vóru vit í parkini og spældu við hesi børnini. Tað var ótrúliga hart at síggja, hvussu lítið tey áttu, og hvussu lítið vit fingu hjálpt teimum. Men tað var stórt at fáa møguleikan at vísa teimum, hvussu høgt Gud elskar tey.

Í apríl mánaði 2012 fóru vit frá Filipsoyggjunum og heim aftur til Føroyar. Vit eru Gudi sera takksom fyri, at vit fingu møguleikan at vera við í hesum verkinum.

Jón, Katrin, Fríðrikur (4) og Ingi (2) Helmsdal

Ein smágenta sum býr á “Smokey Mountain”.

Í Singapore.

nr. 2 - 2012 5

Page 6: OM Føroyar - nr. 2 2012

Standa saman um EINA uppgávu

Eftir Snorra Brend

Nú Heimamissiónin og karismatisku samkomurnar eru vorðnar partur av teirri stóru OM-familjuni, sum haraftrat er vorðin sjálvstøðugur felagsskapur, er hetta fult í tráð við hugsan og visjón hjá nýggja formanninum.

“Eg ynski veruliga, at trúgvandi úr øllum trúarbólkum arbeiða saman, millum annað við at senda lið úr Føroyum við ungdómi úr ymsu trúarbólkunum. Hetta krevur sjálvandi, at fólk veruliga stuðla OM fíggjarliga”, sigur Absalon Áargarð.

Víðari fram er ynski hansara, at føroyingar gerast eitt munandi tilfeingi til arbeiðið umborð á Logos Hope, bæði á brúnni og í maskinrúminum, har føroyingar veruliga kunnu gera mun.

“Men omanfyri alt er mítt hægsta ynski, at Gud verður ærdur við tað, at trúgvandi føroyingar standa saman um missión. Skal gleðiboðskapurin røkka út um okkara land, er hetta ein avgjørd fortreyt”, slær hann fast. – “Hetta hongur óloysiliga saman!”

FAKTA UM FORMANNIN

Absalon Áargarð (50) er havnarmaður, uppvaksin í Ebenezer. Hann gongur nú í Lívdini, har hann er partur av samkomuleiðsluni.

Absalon lærdi OM at kenna sum smádrongur. Hann búði í nánd av Eiriki Gunnarsson, og plagdi hesin at siga frá spennandi upplivingum sínum við OM.

Sjálvur fór Absalon við OM í januar mánaði 1997 saman við allari familjuni (konu og trimum gentum – 7, 5 og 0 ára gamlar) til LUKE (nú OM Lifehope) í Birmingham í Onglandi í 1½ ár. Her var hann saman við fólki úr øllum heiminum úr sera ymiskum og fjølbroyttum mentanum og trúarbakgrundum.

Hann ferðaðist eisini saman við einum toymi kring alt Bretland at stuðla kirkjum og samkomum við evangelisering. Hettar vóru sera ymiskar og fjølbroyttar kirkjur og samkomur: baptistar, brøður, metodistar, hvítusunnusamkomur og Church of England.

“Hetta var ein avbjóðandi og mennandi tíð fyri okkum. Vit vóru so sera ymisk, men vit vóru kortini eitt í Kristusi.”

“Og vit høvdu eitt felags mál fyri eyga: at prædika Kristus”, sigur Absalon Áargarð.

www.om.fo6

Page 7: OM Føroyar - nr. 2 2012

Hald jól í Costa Rica

Fleiri enn 800 børn fingu gleði av ‘The Festival of Smiles 2011’ sum var í Sibuju, Talamanca, eitt upprunaøki í Costa Rica. Eitt toymi við 40 sjálvbodnum var við í hesum tiltaki, sum hevði til endamál at veita børnunum sonnu meiningina við jólunum – gávuna: Jesus. Hendan gávan varð ímyndað við at geva hvørjum barni eina gávu. Eisini tóku børnini lut í einum tiltaki við sangi, leiki, klovnum og øðrum. Tá vóru nógv glað barnaandlit at síggja.

Hóast tiltakið var avbjóðandi, var tað ein stór løta, tá tey sóu úrslitið og gleðina, ið tað hevði við sær. Nógvar familjur gingu í fleiri tímar fyri at vera við í ‘The Festival of Smiles’, men søgdu, at tað var tað vert, og at tey gleðiliga høvdu gjørt tað umaftur.

Fyrsta dagin arbeiddi OM Costa Rica toymið saman við einum øðrum sjálvbodnum bólki. Tað var eggjandi at síggja hesar bólkarnar arbeiða saman. Um morgunin var eitt tiltak, og síðani góvu tey børnunum døgurða. Seinni góvu tey børnunum gávur og familjunum klæðir.

“Tað var hart at síggja eina so langa røð av kvinnum, sum bíðaðu eftir klæðum” sigur

Julie, ein limur í OM Costa Rica toyminum. “Eg sá tørvin í teirra andlitum, men eg takki Gudi fyri, at Hann brúkti okkum at hjálpa teimum – fyribils, um ikki annað.”

Toymið megnaði at fullføra alt tað, tey høvdu ætlað. Ein lokalur pastorur, sum OM Costa Rica samstarvar við, segði, at hann var sera glaður at síggja glaðu andlitini á børnunum. Flestu teirra liva trupul lív og uppliva sjáldan løtur fyltar av gleði. Jesusi at takka kundu tey nú halda jól í orðsins sanna týdningi – frelsuni, gleðini og friðinum, sum Hann gav heiminum.

Kundi tú hugsað tær at farið til Costa Rica at geva fátækum børnum jólagávur? Hugsa tær gleðina at sleppa at geva hesum børnum eina innpakkaða gávu við klæðum, leikum og mati! Hugsa tær gleðina at kunna bjóða teimum størstu gávuna, nakar kann fáa – JESUS!

OM Costa Rica bjóðar tær at verða við í “Festival of Smiles 2012”. Hundraðtals børn fáa gleðina at fáa gávur og verða við í einum áhugaverdum barnatiltaki við klovnum, drama, sangi og nógvum øðrum. Smílini og láturin frá hesum børnum, sum eru burturgloymd, fara at fylgja tær restina av lívinum.

FAKTA:

•Tíð: 12. – 19. desember •Tilmeldingarfreist: 10. oktober•Prísur: kr. 3.000,- (ikki íroknað ferðing og

trygging)•Aldursmarkið fyri einstaklingar er 18 ár

og eldri. Familjur, pør og bólkar eru eisini vælkomin.

•Stað: Costa Rica. Koma til San Jose og ferðast síðani 6 tímar við bussi til Talamanca, sum er eitt avsíðis og gloymt øki.

nr. 2 - 2012 7

Page 8: OM Føroyar - nr. 2 2012

OM dagarnir í Leirvík

Fyri veruliga at varpa ljós á broytingarnar, sum eru farnar fram í OM Føroyar, vóru 27. & 28. februar serligir OM Dagar í Bygdarhúsinum í Leirvík.

Fríggjakvøldið fyltu ungdómar úr øllum landinum hølini í Leirvík við góðum lovsangi og góðari samveru. Troy Pitney úr USA eggjaði við talu síni tey ungu at verða eitt ljós har, sum Gud hevur sett tey at vera. Gjøgnum drama blivu vit ámint um alt tað, sum mangan forðar okkum í at gera tað, sum Gud veruliga ynskir, at vit skulu gera. At enda hevði Jóna Gunnarsson, sum hevur verið við OM Chile í góð 3 ár, eina hugleiðing um, hvat tað var, sum eggjaði hana til at fara út í trúboðan.

X-OM’ari er heitið fyri tey, sum hava verið úti við OM. Fleiri hundrað føroyingar hava gjøgnum árini verið úti við OM, longri og

styttri tíðarskeið. Og um tey, sum hava verið við TeenStreet verða tald við, so eru tað nokk nærri einum fýra-siffraðum tali. Leygarmorgunin møttust nøkur av teimum, sum hava verið úti við OM, til eina hugnaliga løtu við práti, samansjóðing, kunning og ikki minst einari serligari OM bønarløtu.

Seinnapartin vóru tveir fyrilestrar. Tann fyrri hevði fokus á tey ónáddu menniskjuni runt um í heiminum, og tann seinni hevði fokus á, hvat verður gjørt fyri at náa tey ónáddu. Juhani Ahola úr Finlandi og Andrew Berghamar úr Danmark høvdu hesar fyrilestrarnar.

Felagssangur, solosangur, kunning, frágreiðing, dansur og filminnsløg var nakað av tí, sum var á skránni til OM kvøldið. Eitt sera fjølbroytt og áhugavert kvøld við nógvum upplivingum og nógvum at hugsa um.

Mynd: Pauli Djurholm

www.om.fo8

Page 9: OM Føroyar - nr. 2 2012

Nógv fólk vitjaðu teir ymisku básarnar, sum vóru settir upp til tiltakið. Logos Hope hevði ein bás, sum hevði ein altjóða dám, og vísti á, hvussu nógv ymisk støð Logos Hope vitjar. Eisini var ein serligur Logos Hope básur fyri maskinmenn, og har fingu nógvir maskinmenn eitt gott prát. Harafturat var ein básur fyri OM Føroyar, TeenStreet og Transform. Ein bókasøla var eisini við fleiri góðum bókum.

Fimm vitjandi vóru komin til Føroyar hesar dagar at seta sín dám á tiltakið. Andrew Berghamar kom sum umboð fyri OM Danmark. Juhani Ahola úr Finnlandi er økisleiðari fyri øll Norðanlond. Troy Pitney úr USA samskipar summartiltakið Transform. Gian Walser og Loraine Pinder-Brown komu sum umboð fyri Logos Hope.

Myndir frá OM degnum: Pauli Djurholm og Jógvan Páll Kannuberg

nr. 2 - 2012 9

Page 10: OM Føroyar - nr. 2 2012

Josh og Debs Walker eru høvuðstalarnir á TeenStreet, og tað hava tey verið seinastu fimm árini. Fyrstu ferð tey vóru á TeenStreet var í 1994, og tá var TeenStreet so mikið lítið, at tey høvdu nógvar ymiskar uppgávur. Sum TeenStreet bleiv størri, gjørdist teirra uppgáva burturav at undirvísa – fyrstu árini saman við Dan og Suzie Potter – og síðani 2007 hava tey so verið høvuðstalarnir á TeenStreet í Týsklandi.

Josh og Debs greiða soleiðis frá teirra lívi: ”Vit giftust sum 20 ára gomul og vistu tá lítið um ferðina, Gud hevði ætlað okkum. Vit búðu fyrstu 11 árini í Dublin í Írlandi, har vit stovnaðu eina ungdómstænastu. Børn okkara, Jack (14), Sophie (11) og Elysia (9) eru øll fødd í Írlandi.

Í 2006 førdi Gud okkum til USA, og vit byrjaðu okkara tænastu við Young Hope. Hvørt ár

koma fleiri ung trúgvandi her og eru við í tænastuni hjá Young Hope, og vit síggja, hvussu Gud sleppur framat at brúka teirra gávur, og hvussu teirra hjarta fer at brenna fyri heimleysum, gøtubørnum, fátækum familjum, HIV og ADS sjúklingum, sum Young Hope hjálpir.

Bert ein mánað eftir, at vit vóru flutt til Houston, Texas, at arbeiða við Young Hope, gav Gud okkum eina serliga gávu. Eitt kvøldið, vit vóru úti millum tey heimleysu, sóu vit

TEENSTREET

Mynd: OM International (2010)

Josh og Debs og børnini Jack, Isaiah, Elysia og Sophie

www.om.fo10

Page 11: OM Føroyar - nr. 2 2012

eitt samanrullað teppi og tóku tað upp – og har lá eitt pinkubarn, sum varð sera illa fyri. Mamman, sum helt seg í bakgrundini, kom yvir og spurdi, um vit kundu passa uppá hann eina tíð. Vit avtalaðu, at vit skuldu taka okkum av honum í nakrar vikur. Tveir mánaðir seinni kom mamman aftur og spurdi, um vit kundu ættleiða hann. Vit søgdu ja, og síðani tá hevur Isaiah verið okkara drongur. Vit vita, at Gud leiddi okkum á eina ferð, har ið vit lærdu at lurta eftir Honum og fylgja Honum, eisini tá ið vit ikki vistu, hvussu tað fór at enda. Vit kunnu ikki ímynda okkum lívið uttan Isaiah og eru Gudi sera takksom fyri, at Hann gav okkum hann.Á heimasíðuni www.young-hope.com. kanst tú lesa meira um Young Hope og síggja eitt áhugavert video um Isaiah.

,,Vit gleða okkum til TeenStreet aftur í ár og eru spent uppá evnið, sum vit nú hava fyrireikaði í eitt ár. Vit ynskja at síggja Guds ríki koma niður á jørðina, eins og tað er í Himli. Vit ynskja at síggja Guds fólk verða broytt og sleppa at vera soleiðis, sum tey vórðu skapt til at vera. Á TeenStreet vilja vit týðiliga samskifta um tað, ið Gud ber fram til tannáringarnar (og til okkum øll) og geva honum rúm at virka tað, ið hann hevur ætlað øllum”.

Evnið í ár er viðkomandi fyri øll Guds børn. Gud hevur givið okkum ein nýggjan sang, eins og Hann gav Dávidi. Hesin sangur er ikki bert ein sangur, sum vit av og á syngja, tá ið vit eru á møti, undir brús ella onkra heilt aðrastaðni. Hetta er sangurin, sum Gud hevur givið okkum at liva. Hesin livandi sangur, sum Gud gevur Sínum børnum, er fyltur við kærleika, náði, friði, gleði, vón og gevur okkum eina nýggja tráan – at syngja sangin dagliga.

Dávid skrivar, at Gud gav honum ein nýggjan sang í munn sín. Gud dró hann úr hinum botnleysa díki og setti føtur hansara á klettin, sum ikki vikast. Tí fær Dávid ein nýggjan sang – Gud bjargaði honum. Hesin sannleiki, at Gud bjargar og broytir okkum, er sera týdningarmikil at skilja. Vit lesa eisini, at Gud hevur drigið okkum nær, sum langt burtur vóru. Tí hava vit alla orsøk til at fegnast og vera glað. Okkara gleði er Jesus, sum hevur endurføtt okkum.

Á TeenStreet fara vit at hoyra um ymiskar persónar, sum hava fingið ein nýggjan sang. Vit fara saman at læra, hvussu vit kunnu liva hendan sangin í gerandisdegnum, soleiðis at vit kunnu dýrmeta okkara Faðir, sum er í Himli. Okkum, sum vóru í botnleysu undirgangsgrøvini, hevur Gud sett á hin æviga klett, ið aldri vikast.

Hugleiðing um evnið Newsong 40

nr. 2 - 2012 11

Page 12: OM Føroyar - nr. 2 2012

Navn: Helena KannubergAldur: 21 árBústaður: Leirvík

Hví valdi tú at fara uppí TeenStreet leiðsluna? Sjálv havi

eg tvær ferðir luttikið á Teenstreet, og hava tað verið tvær sera góðar, læruríkar og uppbyggjandi upplivingar. Tá ið eg varð spurd, um eg hevði hug at vera við í leiðsluni, gjørdist eg beinanvegin spent. Eg sá tað sum eina álitisváttan og ein framíhjárætt at hava møguleika til at fyrireika hesa góðu legu, sum hundratals føroyingar hvørt ár luttaka á.

Hvat heldur tú, at TeenStreet kann geva teimum ungu? TeenStreet bjóðar góðar bíbliutímar, andaktir og lovsongsløtur. Á andaliga økinum fara tey ungu heilt sikkurt at fáa heilt ótrúliga nógv burturúr. Eisini eru nógv spennandi tilboð til tey ungu í fríløtunum. Eg eri heilt vís í, at tey ungu fara at hava úr at gera á TeenStreet.

Hvat væntar tú at fáa burturúr TeenStreet í ár? Eg trúgvi, at eg fari at fáa ótrúliga nógv burturúr, og ikki minst trúgvi eg, at eg fari at læra eina rúgvu. Tá ið tað er sagt, má eg eisini siga, at eg gleði meg ótrúliga nógv at njóta vikuna saman við føroyingunum og fólki úr øðrum londum, sum eg havi knýtt vinarbond við.

Navn: John HammerAldur: 23 árBúðstaður: Klaksvík. Lesandi í Siloam Springs, Arkansas, USA

Hví valdi tú at fara uppí TeenStreet leiðsluna?

Eg valdi at fara uppí TeenStreet leiðsluna, tí at tað er sera áhugavert og spennandi at vera virkin ímillum ung. Uppgávan er sera spennandi og avbjóðandi, og tískil síggi eg tað sum ein framíhjárætt at vera partur av einum arbeiði, sum hevur til endamáls at leiða menniskju til Jesus, ið veitir brotnum mennsikjum vón.

Hvat heldur tú, at TeenStreet kann geva teimum ungu? TeenStreet gevur teimum ungu frælsi til at liva lívið saman við Jesusi. Hetta verður gjørt við góðari undirvísing o.ø. TeenStreet eggjar teimum ungu at liva saman við Jesusi, og harvið er TS eisini við til at mynda eitt sunt og gott grundarlag fyri framtíðini hjá teimum ungu.

Hvat væntar tú at fáa burturúr TeenStreet í ár?Sjálvandi, so vóni eg at fáa nógv burturúr andaliga og eisini menniskjaliga. Bíbliutímarnir og andaktirnar eru ein týðandi partur fyri andaligu føðina, og tað má raðfestast, um ein ynskir at fáa góðan bíbliskan mat. Hinvegin, so dámar mær eisini sera væl menniskjaliga partin av TeenStreet, har ein upplivir øgiliga nógv reint menniskjaliga. Eg vænti at síggja nógv fitt, erlig fólk, sum verða uppbygd og uppmuntrað at liva lívið saman við Jesusi. Samanspælið ímillum andaligu føðina og menniskjaliga partin av TeenStreet er við til at fáa okkum øll at blomstra, og tað vænti eg, at TeenStreet aftur í ár hevur at bjóða!

TeenStreet: Spurningar & svarFøroyska TeenStreet leiðslan er í dag mannað við Anitu & Oddmar Tausen, John Hammer og Helenu Kannuberg. Anita & Oddmar hava verið í leiðsluni síðani 2009, meðan Helena og John eru nýggj í leiðsluni. Vit hava sett Helenu og John nakrar spurningar um TeenStreet og teirra avgerð at koma við í TeenStreet leiðsluna.

www.om.fo12

Page 13: OM Føroyar - nr. 2 2012

Silja í Liða og Tordis Gaardlykke á TRANSFORM

Eg var við Transform í Portugal. Tað var eitt stórt upplivilsi fyri meg at fáa møguleikan at vera har og møta so nógvum fantastiskum menniskjum, sum brenna fyri Gudi. Tað var ein stór signing at evangilisera saman við teimum. Vit møttu fólki á gøtuni ella í parkini og kundu - upp á okkara egna máta - vitna fyri teimum. Eg lærdi nógv á hesum túrinum, bæði um meg sjálva, onnur menniskju og ikki minst um Gud. Eg fekk ein forsmakk uppá, hvussu tað er at vera í missión, og eina áminning um, at tað er í tí dagliga, at Gud brúkar okkum. Tað er ikki neyðugt at fara til eitt annað land, men tað, sum er umráðandi er at læra at liva vilja í Guds, líkamikið hvar eg eri.

Tær upplivingarnar, eg hevði á Transform, eru ógloymandi minnir, og er hetta heilt klárt ikki síðstu ferð, eg fari. Tað er fantastiskt at vita, at tað lítla, eg kann og eigi, kann vera við til at hjálpa og gera ein mun hjá øðrum menniskjum.

Hey, eg eiti Troy Pitney, og eg arbeiði við Transform. Tranform savnar menniskju frá øllum heiminum saman til eina ráðstevnu í Rom í fimm dagar til læru, bøn og lovsong. Fólk úr 30 ymiskum tjóðum fara at koma saman at síggja, hvussu Gud kann leiða tey at tæna Sær í einum av teimum 21 Miðjarðarhavslondunum. Aftaná teir fimm dagarnar, verða 35 toymir send út kring Miðjarðarhavið í styttri tíðarskeið at boða vónina um Jesus á ymiskan hátt.

Títt lív er ein boðskapur um vón til tey vónleysu í Miðjarðarhavinum. Eingin kann mótsiga tínum egna, persónliga vitnisburði, og júst hesin vitnisburður hevur kraft til at seta tey andliga fangaðu frí. Tí siga vit við øll, sum hoyra: “Kom við okkum, nýt tína gávu og luta tín vitnisburð.”

Eg var í Føroyum í apríl mánaða, fyri at greiða frá um henda møguleikan. Eg varð eggjaður av vakurleikanum, sum eg sá. Fjøllini vóru vøkur, menniskjuni vóru vøkur, og so mong hjørtu endurspeglaðu vakurleikan í gleðiboðskapinum. Eg havi ongantíð áður upplivað, at so nógv fólk vórðu rørd og eggjað at umhugsa, hvussu Gud kundi brúkt tey at fáa ljós til Miðjarðarhavið. Tað var ein lívgandi ferð, og eg gleði meg at síggja nógvar føroyingar í Rom í næsta ár at gera ein ævigan mun.

Troy sigur fráTRANSFORM

Ár 2012Ráðstevna 16. - 21. juliToymir verða send út 21. - (úr tveimum vikum til seks mánaðir)

Ár 2013Ráðstevna 15. - 20. juliToymir verða send út 20. - (úr tveimum vikum til seks mánaðir)

Eftir Silju í Liða

nr. 2 - 2012 13

Page 14: OM Føroyar - nr. 2 2012

Logos Hope enn í dokkSkipið hevur verið í dokk í Subic Bay á Filipinunum síðani fyrst í apríl mánaði. Ætlanin var at fara í sigling aftur síðst í juni, men hetta er fyribils útsett til í august.

Tað eru nógvar orsøkir til hetta, m.a vantandi kvalifiserað arbeiðsmegi. Tað verður dúvað nógv uppá góðar handverkarar úr Europa, Australia og Amerika, sum koma umborð at arbeiða í nakrar vikur. Luttøkan hevur ikki verið so stór hesaferð, og eisini er nógv óvæntað komið uppí, t.d. eyka stálarbeiði, m.a. undir har, sum teir nýggju motorarnir skulu standa, og undir vaskirúminum. Í einum gomlum skipi kemur nógv undan kavi, tá ið byrjað verður at taka okkurt sundur.

Fyri at fáa skipið liðugt, er tørvur á arbeiðsmegi. Serliga er tørvur á:

• Maskinsmiðum/sveisarum, mest til at leggja/ sveisa rør.

• Rørsmiðum, mest til at leggja rør við gevind fittings og koparrør.

• Eisini er tørvur á maskin/rørsmiðum til at leggja hydraulikkrør.

Tað er eisini altíð brúk fyri royndum marine elektrikarum, og sum heild kann sigast, at tað

altíð er brúk fyri fólki, ið duga eitthvørt og hava viljan at ofra tíð sína fyri Harran.

Nógv av tí, sum verður gjørt nú, er fyrireiking til at motorarnir skulu skiftast, so ein arbeiðir mestsum bara við nýggjum tilfari.

Tað er spennandi og læruríkt uppá nógvar mátar at vera við í hesum verki, og ein er við til at byggja upp eitt nýtt maskinrúm við kvalitetsloysnum, sum skulu halda í langa tíð.Tað er enn stórur tørvur á maskinmonnum, serliga chief og 1. meistara, Nú verður roynt at fáa eina skipan í lag, ið líkist tí, sum vit kenna frá handilsflotanum og størri fiskiskipum, har fleiri rotera. So er ein umborð í t.d. 8 vikur. At fáa fólk at verða longri hevur víst seg at vera vónleyst.

Um áhugi er fyri at fara í nakrar vikur, so er at seta seg í samband við OM Føroyar. Um tað sær trupult út fíggjarliga, so ber eisini til at tosa um tað. Um ein ynskir at ofra sína tíð og síni evni fyri verkið, so ber alt til.

Eftir Esmar Müller

www.om.fo14

Page 15: OM Føroyar - nr. 2 2012

Les maira á om.fo

www.e�o.fo

Ring 60 60 60 og bílegg vakt til skipið, og vit átaka okkum ábyrgdina av at ansa skipinum.

SKIPSVAKT Ansni skipsvakt kann vera tín besta trygd, tá skipið liggur inni.

“ Tryggleiki er at vita, at onkur ansar eftir tær „ Hanus Hansen. Reiðari, JFK

www.ansni.fo

OM leiðarin í Føroyum á fyrsta sinni

Set X í kalendaran 2.- 4. november, tí tá vitjar leiðarin fyri  OM, Peter Maiden, í Føroyum. Leiðararáðstevna, fyrilestrar og annað áhugavert verður á skránni.

All Ship’s Reunion 16. - 18. november

OM Svøríki bjóðar øllum føroyingum, sum hava verið úti við Logos, Logos II, Doulos og Logos Hope at verða hjartaliga vælkomnar til hesa stevnuna, og gleða tey seg til at síggja so mong ”OM EX-Ships fólk” sum gjørligt. Høvuðstalarar á stevnuni vera Peter Nicoll og Randy Grebe.  Stevnan er ætlað ”OM Ex-Ships fólki” úr Svøríki, Noregi, Danmark og Føroyum.

nr. 2 - 2012 15

Page 16: OM Føroyar - nr. 2 2012

Ert tú limur í OM Føroyar?Við einans at lata 150,- kr um árið, kanst tú

verða partur av OM tænastuni

Les meira á www.om.fo