16
SKEIÐSSKRÁ – HEYSTIÐ 2014 1 SKEIÐ HEYSTIÐ 2014

SKEIÐ HEYSTIÐ 2014 - Snar.fo · 2018. 11. 24. · 141508 SSPsamstarvið – trivnaður og fyribyrging 9 Mál 141509 Sýni/Dýpi 1 9 141510 Pit Stop 10 1415-11 Próvtøka í enskum

  • Upload
    others

  • View
    0

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: SKEIÐ HEYSTIÐ 2014 - Snar.fo · 2018. 11. 24. · 141508 SSPsamstarvið – trivnaður og fyribyrging 9 Mál 141509 Sýni/Dýpi 1 9 141510 Pit Stop 10 1415-11 Próvtøka í enskum

SKEIÐSSKRÁ – HEYSTIÐ 2014 1

SKEIÐ

HEYSTIÐ 2014

Page 2: SKEIÐ HEYSTIÐ 2014 - Snar.fo · 2018. 11. 24. · 141508 SSPsamstarvið – trivnaður og fyribyrging 9 Mál 141509 Sýni/Dýpi 1 9 141510 Pit Stop 10 1415-11 Próvtøka í enskum

2 SKEIÐSSKRÁ – HEYSTIÐ 2014

SkeiðsreglurLeiðreglurnar fyri at tekna seg til skeið eru, at skeiðs­tekning verður roknað sum bindandi, og at tað er skúlaleiðslan, ið teknar luttakarar í ein um til øll tey ynsktu skeiðini. Hetta er trygdin fyri, at tað er leiðslan, ið viðmælir og sendir fólk á skeið, og at hon fylgir við, hvør fer á skeið og nær. Tað lættir eisini munandi um í innanhýsis arbeiði okkara, at allar skeiðstekningar frá einum skúla koma í senn, ið eisini virkar fyri einum skjótari aftursvari.

Reglur annars um skeiðsluttøku, ábyrgd, samskifti, ferðaendurgjald, fráboðan o.a. eru at finna á nam.fo/Skeið/Skeiðsreglur.

Tekning og tekningarfreistHeitt verður á skúla leiðslur at taka málið um skeiðini upp við lærarar beinanvegin og fáa teir at umráða seg og seta fram síni ynski. Skeiðstekning verður send Námi við posti ella umvegis teldu post [email protected]. Gevið gætur, at Nám ikki longur hevur telefax. Tekningarfreist er fríggjadagin 6. juni 2014.

Tekningarskjal verður heintað á heimasíðu okkara www.nam.fo/skeið – heyst 2014/Tekningarskjal.

Page 3: SKEIÐ HEYSTIÐ 2014 - Snar.fo · 2018. 11. 24. · 141508 SSPsamstarvið – trivnaður og fyribyrging 9 Mál 141509 Sýni/Dýpi 1 9 141510 Pit Stop 10 1415-11 Próvtøka í enskum

SKEIÐSSKRÁ – HEYSTIÐ 2014 3

SKEIÐ

Permumynd: Á skúlabókasavninum við LøgmannabreytMyndatøka: FotostudioÚtgáva: Nám©Nám ­ mai 2014

Til heysthálvuna 2014 lýsir Nám við 19 ymiskum skeiðum. Í fyrireikingini hava vit lagt okkum eftir at fevna víða fyri at umboða ymiskar tættir – faklig skeið, verklig og skapandi skeið, skeið til íblásturs, kt og ikki minst skeið innan nýggju sBøkur okkara, sum koma á marknaðin til skúlaárið 2014/15.

Á skrá eru nýggj skeið og skeið, sum ganga aftur. Dømi um tað seinna eru Súluskeiðini. Stórur dentur hevur seinnu árini verið lagdur á fyrstu lesingina og mál­ og lesimenning, og tað heldur fram. Vit víðka virksemi okkara á hesum økinum við meira Súlutilfari og Málspølum, sum venda sær til skúlabólkar og forskúlar. Men eisini innan rokning er nýtt og spennandi tilfar tøkt til tey yngstu frá skúlaársbyrjan. Hetta sæst aftur í skeiðsskránni.

sBøkur koma nú av álvara inn í skúlaverkið. Tær lata upp undirvísingarligar dyr, sum fyrr vóru óhugsandi, men tær krevja eisini neyðugan undirvísingarførleika. Tí eru skeið í føroyskum til miðnám og í søgu til 7. flokk, sum – umframt fakligt innihald – eisini fevna um kravda tøkniliga førleikan.

Á skrá eru eisini skapandi skeið innan film, sang og annað, umframt at boðið verður eitt umfatandi skeið í trimum pørtum innan Feursteins venjingarskránna. Alt hetta og annað, sum vit vóna fer at geva tykkum vegleiðing og íblástur á ymsum økjum.

Tekningarfreistin er fríggjadagin 6. juni 2014.

Málið er, at skeiðsfráboðanir vera í skúlunum, áðrenn farið verður í summarfrí. Tí er neyðugt, at tekningarfreist verður hildin ­ sí mannagongd og treytir á vinstra blaði og á nam.fo.

Við vón um góða undirtøku síggja vit í Námi fram til skúlaárið 2014­2015 við spenningi – ikki minst teimum hugnaligu løtunum saman við tykkum, sum koma í húsið.

Vinaliga

NÁMMagnus Tausen

Væl komin á skeið í Námi!– heystið 2014

Page 4: SKEIÐ HEYSTIÐ 2014 - Snar.fo · 2018. 11. 24. · 141508 SSPsamstarvið – trivnaður og fyribyrging 9 Mál 141509 Sýni/Dýpi 1 9 141510 Pit Stop 10 1415-11 Próvtøka í enskum

4 SKEIÐSSKRÁ – HEYSTIÐ 2014

August28.: Sýni/Dýpi 1 9

September1.­3.: Byrjanarlesing / Súlan 54.: Tvey kyn ­ ymsar støður 115.: Pit Stop 108.: Málspøl 58.: Spæliliðið í tykkara skúla (skeið a) 89.: Spæliliðið í tykkara skúla (skeið b) 89.: Próvtøka í enskum í 9. og 10. flokki 1010.: Spæliliðið í tykkara skúla (skeið c) 810.: Ferðsla (skeið a) 811.: Ferðsla (skeið b) 811.: Spæliliðið í tykkara skúla (skeið d) 812.: Spæliliðið í tykkara skúla (skeið e) 815.­19.: Feuersteins venjingarskrá (1:3) 718.­19.: SSP­samstarvið ­ trivnaður og fyribyrging (vistarskeið við Gjógv) 922.­23.: Skapandi skúlin (1:2) 626.: Rokning 1 12 29.­30.: Føroysk søga 1 11

Oktober1.­2.: Tøl, roknihættir, algebra og Flipped Classroom (1:3) 126.­9.: Filmur í undirvísingini 620.­22.: Landafrøði 1, 2 og 3 1323.­24.: Sangur, rørsla og samanspæl 13

November3.­4.: Skapandi skúlin (2:2) 611.: ClassFlow 1417.­18.: Tøl, roknihættir, algebra og Flipped Classroom (2:3) 1224.­25.: Viðkað skeið í ActiveBoard 14

Januar21.: Tøl, roknihættir, algebra og Flipped Classroom (3:3) 12

Februar9.­13.: Feuersteins venjingarskrá (2:3) 7

Mai18.­22.: Feuersteins venjingarskrá (3:3) 7

InnihaldsyvirlitSkeiðsálmanakkiheystið 2014

Námsfrøði1415­01 Byrjanarlesing / Súlan 51415­02 Málspøl 51415­03 Skapandi skúlin 61415­04 Filmur í undirvísingini 61415­05 Feuersteins venjingarskrá 71415­06a­b Ferðsla 81415­07a­e Spælilið í tykkara skúla 81415­08 SSP­samstarvið – trivnaður og fyribyrging 9

Mál1415­09 Sýni/Dýpi 1 91415­10 Pit Stop 101415-11 Próvtøka í enskum í 9. og 10. flokki 10

Hugmyndafrøði1415­12 Føroysk søga 1 111415­13 Tvey kyn – ymsar støður 11

Náttúruvísindafrøði1415­14 Tøl, roknihættir, algebra og Flipped Classroom 121415­15 Rokning 1 121415­16 Landafrøði 1, 2 og 3 13

Verkligar lærugreinar1415­17 Sangur, rørsla og samanspæl 13

Kunningartøkni1415­18 Víðkað skeið í ActiveBoard 141415­19 ClassFlow 14

Page 5: SKEIÐ HEYSTIÐ 2014 - Snar.fo · 2018. 11. 24. · 141508 SSPsamstarvið – trivnaður og fyribyrging 9 Mál 141509 Sýni/Dýpi 1 9 141510 Pit Stop 10 1415-11 Próvtøka í enskum

SKEIÐSSKRÁ – HEYSTIÐ 2014 5

Endamál: At menna læraran í byrjanarlesing og stavseting – bæði ástøðiliga og verkliga. Víst verður á, hvørjar námsfrøðiligar hugsanir tilfarið Súlan er grundað á. Málið er, at lærarar fáa vitan um, hvat er týdningmest, tá ið eitt barn skal læra at lesa og stava.

Innihald: Við atliti at Súlutilfarinum verður greitt frá byrjanarundirvísing í lesing og stav­seting. Hvørji lesisjónarmið byggir tilfarið Súlan á, og hvussu verður hugsað, at tilfarið verður brúkt?Ein partur av skeiðinum er um lesiástøði:• Hvat hevur týdning, tá ið barnið skal læra at

lesa og stava?• Lesimenningin.• Tekstir í fyrstu lesifrálæruni.• Hvat er lætt/trupult at lesa? Tosað verður

um ljóðrættan tekst, LIX o.a.• Stavimenningin. Bókin “Kom og stava 1”,

sum er fyri sagnarbók til fyrstu stavi und ir­vísingina, kemur út í heyst. Hvør er ætlanin við bókini?

• Testir.• Lesitrupulleikar í byrjanarlesingini.• Spøl – tilhoyrandi Súlutilfarið – verða

útgivin í summar. • Hvussu kunnu vit brúka hesi spøl í undir­

vísingini – bæði í vanligu undirvísing ini og til at hjálpa børnum, sum hava trupult við at læra at lesa?

• Greitt verður frá, hvussu lesing í flokkinum verður næmingalagð.

• Leiklutur foreldranna – hvussu lesa for­eldrini við barninum heima?

Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa í byrjan­ar lesing.

Undirvísing: Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen, rithøvundar til Súlutilfarið, diplom­útbúgving í sernámsfrøði og masterútbúgving í lesi­ og skrivididaktikki.

Stað/tíð: Nám 1.­3. september 2014 kl. 9.00­15.00 18 lektiónir.

Byrjanarlesing / SúlanNr. 1415-01

Endamál: At geva luttakarum innlit í nýggja tilfarið, ið umfatar ástøðisbók og eina verkliga arbeiðs mappu. Málspølini leggja dent á málsliga menning gjøgnum spæl.

Innihald: Á skeiðinum verður tilfarið lagt fram, og komið verður inn á grund hug sjón ina aftan fyri útgávuna. Arbeiðið við máls liga med­vitinum er grundarlagið und ir málspølunum, sum byggja á eina gransk ingarverkætlan.

Komið verður nærri inn á bygnaðin í tilfarinum, og ítøkilig dømi verða givin frá verkliga parti num. Málspølini eru skipað í 6 verkligar partar, sum umfata: • Lurtispøl• Rím og ramsur• Setningar og orð• Stavilsi• Forljóð• Ljóðeindir

Skeiðsleistur: Framløgur, orðaskifti og bólkaarbeiði. Stutt upplegg til íblástur, har luttakarar fáa innlit í og hugskot til, hvussu arbeiðið við málspølunum kann skipast í verki. Málbólkur: Skeiðið er ætlað lærarum og námsfrøðingum, ið samstarva um skúlabólk ella forskúla ella arbeiða í byrjanardeildini.

Fyrireiking: Áðrenn skeiðið fáa luttakarar ástøðisbókina ella brot úr bókini. Nærri kunn­ing umvegis teldupost.

Undirvísing: Annika Høj, lærari og lesi veg­leiðari og Sonlis H. Joensen, námsfrøðingur.

Stað/tíð: Nám 8. september 2014 kl. 9.00­15.00 6 lektiónir.

MálspølNr. 1415-02

– leikur og læra – verkligur partur

Page 6: SKEIÐ HEYSTIÐ 2014 - Snar.fo · 2018. 11. 24. · 141508 SSPsamstarvið – trivnaður og fyribyrging 9 Mál 141509 Sýni/Dýpi 1 9 141510 Pit Stop 10 1415-11 Próvtøka í enskum

6 SKEIÐSSKRÁ – HEYSTIÐ 2014

Filmur í undirvísinginiNr. 1415-04

Endamál: At lýsa filmsmiðilin, seinastu ár ini hevur verið ein skjótt vaksandi miðil. Tøkni liga menn ingin hevur gjørt videoútgerð lættari atkomiliga. Tí verður filmsmiðilin nógv brúktur í skúlahøpi, bæði til undirvísing og sum arbeiðsmiðil til dømis í sambandi við verkætlanir.

Innihald: Skeiðið verður bæði verkligt og ástøðiligt. Arbeitt verður fyri tað mesta í bólk­um.• Vit hyggja at filmum og greina myndamál,

søgu og frásagnarsnildi.• Stutt grundleggjandi tøknilig vegleiðing.

Lut takarar fáa vegleiðing í at brúka upp tøku­tól og klippiútgerð.

• Fyrireiking, upptøka og klipping. Luttakarar lýsa eina stutta søgu við filmi.

• Dentur verður lagdur á, at søgan verður søgd gjøgn um filmsmiðilin.

• Arbeiðsuppgávurnar verða eftir mettar.

Skeiðsleistur: Upplegg, ítøkiligt arbeiði, kjak og eftirmeting.

Málbólkur: Lærarar, sum í undirvísingini hava samband við ungfólk, ið arbeiða við films miðli num í sambandi við verkætlanir og líknandi í skúlanum.

Fyrireiking: Luttakarar skula hyggja at hesum trim um stuttfilmum, ið eru tøkir á neti num: Smáfuglar, Passasjeren og The Last Farm og hava tríggjar spurningar um filmsmiðilin við á skeiðið, sum vit kjakast verður um.

Undirvísing: Sakarias Stórá, leikstjóri.

Stað/tíð: Nám 6.­9. oktober, kl. 9.00­15.00 24 lektiónir.

– praktisk gjøgnumgongd av films-miðlinum

Skapandi skúlinNr. 1415-03

Endamál: At fáa skip aða og skapandi eyð­kennið at gerast na túr ligari part av skúla­gongdini.

Tá skapandi hugdýpingin bøtir bindindi næmingsins, verður tað persónliga, sosiala og fakliga í flokkinum styrkt.

At makta tær ymsu skapandi uppgávurnar og framløguna av teimum økir trúnna á egnan mátt og møguleikar, og við uppgávum, ið taka støði í næminginum sjálvum, økist eisini sjálvsinnlitið.

Innihald: Skeiðsluttakarar fáa møguleika at arbeiða við skapandi eyðkenni við tekning, máling, tilevning, skriving og rørslu. Ígjøgnum egnar upplivingar verður givin íblástur til arbeiðshættir og evni til skapandi at arbeiða saman við sínum næmingum. Út frá hesum kann staðfestast, at krøv til tilfar og høli ikki nýtast at vera so kravmikil fyri at kunna greina síni skap an ar evni.

1. og 2. dagur: Skapandi framløgur av ymisk­um slagi, fyrilestur og málsetningur at fremja á arbeiðsplássinum.3. og 4. dagur: Eftirmeting av farnu vikuni. Skapandi loysnir av truplum støðum. Sjónlig­gerð sum eitt dagligt amboð. Arbeiði við mál­setninginum.

Skeiðið er tvídeilt, soleiðis at ein kann royna seg úti á arbeiðsplássinum við sínum mál ­setningi, fyri síðan at koma aftur og arbeiða fram haldandi við skapan og sínum endamáli.

Skeiðsleistur: Fyrilestur, bólkaarbeiði og einstaklingaarbeiði.

Málbólkur: Lærarar og onnur, sum arbeiða í skúlanum.

Fyrireiking: Opinleiki.

Undirvísing: Vivian Sjóðklett, kunst tera peut­ur, námsfrøðingur og láturinstruktørur.

Stað/tíð: Nám 22.­23. september og 3.­4. nov ­ ember, kl. 9.00­15.00 24 lektiónir.

– við plássi fyri hugdýping, skapan og nýhugsan

Page 7: SKEIÐ HEYSTIÐ 2014 - Snar.fo · 2018. 11. 24. · 141508 SSPsamstarvið – trivnaður og fyribyrging 9 Mál 141509 Sýni/Dýpi 1 9 141510 Pit Stop 10 1415-11 Próvtøka í enskum

SKEIÐSSKRÁ – HEYSTIÐ 2014 7

Gevið gætur: Les skeiðslýsingarnar gjølla t.d.• um hvussu skeiðið verður skipað, • um møgulig før leika krøv verða sett, • um luttakarar skulu hava eitthvørt við til skeiðið, ella um eitthvørt skal lesast, • um hvønn málbólk skeiðið vendir sær til og • um, hvar og nær tað verður hildið. Hóast Nám umvegis FirstClass­skipanina sendir út áminning undan skeiði num, áliggur tað skúla leiðslu og luttakara at skrá seta og minnast skeiðið, tá ið dagurin kemur. Skeiðs tekn ingin verður roknað sum bindandi. Tí eigur at verða lagt soleiðis til rættis, at luttakari ikki verð ur settur til ella átekur sær aðra upp gávu teir dagarnar, skeiðið er.

Feuersteins venjingarskráNr. 1415-05

Endamál: At geva luttakarum amboð at styrkja fatanarmenning á ein miðvísan hátt, so tey gerast virknari í hugsan og duga betur at loysa truppulleikar. Skeiðið mennir luttakarar at undirvísa børnum og ungum við læritrupulleikum og venur teirra fat an ar­før leikar í fýra av amboðunum, ið eru nevnd niðanfyri.

Innihald: Skráin “Feuerstein Instrumental Enrichment” (FIE) er gjørd til at fáa til vega og menna fatanarvirkni. Tilfarið umfatar sum heild fjúrt an amboð samansett av nøkrum pappírs-og-blýantsvenjingum við menningarfortreytum fyri eyga og er navngivin eftir avvarðandi innihaldi: “skiping av punktum”, “rúm­ og veg fatan”, “greiningarfatan”, “samanburðir”, “flokksskipan” o.s.fr. Á skeiðinum verða tey fyrstu 4 amboðini gjøgnumgingin eins og náms­háttalag og speki handan skránna.

Venjingarkráin FIE – ment av rumenskt/ísraelska fatanarserfrøðinginum, professara Reuven Feuerstein – er ein skipað og reglu­bund in skrá sniðgivin at gera børn, ung og vaksin dugnaligari til at loysa øll sløg av trupulleikum og at gerast skilabetri hugsarar.

FIE­skráin hevur víst seg at vera muna­góð og nýtilig til børn, ung og vaksin við læri trupulleikum – bæði innan vanliga út­búgv ingarskipan, serskúlaskipanir og fram­haldsútbúgvingar.

FIE er ein av gjølligastu skipanum, tá um ræður menning av hugsanar­ og innlær ing ar­hegni.

FIE er grundað á haldgóðan ástøðiligan botn við tørvinum hjá barninum, tí unga og tí vaksna fyri eyga, og tí er FIE eitt sera hent amboð hjá einum lærara ella viðgera at hjálpa einum breiðum úrvali av fólkum við læritrupulleikum.

Les meira um skipanina á http://www.feuersteinscandinavia.com/

Skeiðsleistur: Fyrilestur, royndir og bólka­arbeiði.

Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa børnum og ungum við læritrupulleikum.

Undirvísing: Lars Røgilds, lektari í námsfrøði, ættleiðingarráðgevi, vegleiðari og fyrsti góð­kendi danski feuersteinsvenjari. Lars hevur lisið hjá Feuerstein síðani í 2009 og er sam høvundur til bókina, Dynamisk Assessment, Dansk Psykologisk Forlag 2013.

Stað/tíð: Nám Hvør partur er 45 tímar1. partur: 15.­18. september, kl. 9.00­18.30 19. september, kl. 9.00­16.00.2. partur: 9.­12. februar, kl. 9.00­18.30 13. februar, kl. 9.00­16.00.3. partur: 18.­21. mai, kl. 9.00­18.30 22. mai, kl. 9.00­16.00.

Page 8: SKEIÐ HEYSTIÐ 2014 - Snar.fo · 2018. 11. 24. · 141508 SSPsamstarvið – trivnaður og fyribyrging 9 Mál 141509 Sýni/Dýpi 1 9 141510 Pit Stop 10 1415-11 Próvtøka í enskum

8 SKEIÐSSKRÁ – HEYSTIÐ 2014

Spælilið í tykkara skúlaNr. 1415-07a-e

Endamál: At venja eitt akkersfólk og eitt spæli lið úr 7. flokki úr hvørjum skúla, sum verða lærd at spæla rørsluspøl við yngru næm­ing unum í fríkorterunum. Tit kunnu velja 2­8 næmingar úr hvørjum skúla til spælilið. Skeiðið er skipað í tøttum sam starvi við AKT­felagið og SSP.

Innihald: Spælilið hava verið virkin í Tórs­havnar kommunu í trý ár og á øðrum økjum í eitt ár. Gransking vísir, at likamlig rørsla gevur betri trivnað í skúlanum og mennir børnini sosialt. Harumframt minkar happingin, tí sam­anhaldið gerst betri.

Á skeiðinum:1. Lýsing av spæliliðinum2. Spæl (kend og ókend spøl)3. Spæliliðini vísa spøl, tey duga4. Hvussu byrja vit spælilið í okkara skúla?

Skeiðsleistur: Upplegg, spæl og kjak.

Málbólkur: Ein lærari/akkersfólk og 2­8 næmingar úr 7. flokki úr hvørjum skúla (kann vera AKT­, SSP­ ella ítróttalærari, men tað er einki krav).

Førleikakrøv: Áhugi í at spæla.

Undirvísing: Ann­Karina Overlade, verk ætl­anarleiðari.

Stað/tíð: Skeiðið er 6 lektiónir. Eitt skeið verður hvønn dag frá mána degi til fríggjadag í viku 37 (8.­12. september), kl. 9.00­15.00. 8.­10. sept. í Dansifrøi í Havn (fyri Havnina og vestur­/suðurpartin av landinum).11.­12. sept. í Í tróttahøllini á Skála (fyri norðara part av landinum). Tey, sum tekna seg, verða biðin um at raðfesta (1­5), hvønn dag best liggur fyri at koma á skeið.

Øll skulu vera í ítróttaklæðum! Nám endurrindar útreiðslur fyri ferð og mat eftir galdandi reglum. Nám bjóðar ábit sum á van­ligum skeiðum.

Viðmerking: Lesið meir um spælilið á www.legepatruljen.dk og á www.torshavn.fo.

– meira rørsla – betri trivnaður

FerðslaNr. 1415-06a-b

Endamál: At lærarar ogna sær innlit og kunn­leika at undirvísa í nýggja talgilda undir vís­ingartilfarinum til ferðslu, sum er ætlað næm­ingum frá forskúla til 10. flokk.

Ferðsla er kravt undirvísingarevni í fólka­skúla num. Skúlin ráðleggur, hvussu undir vís­ing in verður skipað í hvørjum árgangi, og er tað flokslærarin í einstaka flokkinum, sum hevur ábyrgd av at skipa fyri, at undirvíst verður í teimum kravdu undirvísingarevnunum – sí §7, stk. 2 í kunngerð um flokslæraran.

Innihald: • Ferðsluundirvísing í fólkaskúlanum – hví,

hvat og hvør?• Gjøgnumgongd av undirvísingartilfari til 1.,

2. og 3. undirvísingarpart • Súkkla og prutl • Verkstovur fyri allar undirvisíngarpartar• Ferðslupolitikkur – eitt gott amboð• Royndir frá lærara, sum hevur undirvíst í

tilfari í 3. undirvísingarparti.

Skeiðsleistur: Framløgur og verkstovur.

Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa í ferðslu frá forskúla til 10. flokk.

Undirvísing: • Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ráðnum fyri

Ferðslutrygd• Birna Abrahamsen, verkætlanarleiðari á

Ráðnum fyri Ferðslutrygd• Jan Fossaberg, leiðari fyri ferðslutoyminum

hjá løgregluni• Louisa Johnsdóttir, lærari í Skúlanum við

Løgmannabreyt.

Stað/tíð: NámSkeið a: 10. september, kl. 9.00­15.00Skeið b: 11. september, kl. 9.00­15.00 Vinarliga skriva a ella b í tekning­ arteigin fyri, hvat av skeiðunum ynski er um at sleppa á 6 lektiónir.

Viðmerking: Luttakarar skulu hava teldu ella teldil við til skeiðið og hava eitt UNI­login. Neyðugt er at greiða hetta í góðari tíð.

– nýtt talgilt undirvísingartilfar til ferðslulæru

Page 9: SKEIÐ HEYSTIÐ 2014 - Snar.fo · 2018. 11. 24. · 141508 SSPsamstarvið – trivnaður og fyribyrging 9 Mál 141509 Sýni/Dýpi 1 9 141510 Pit Stop 10 1415-11 Próvtøka í enskum

SKEIÐSSKRÁ – HEYSTIÐ 2014 9

SSP­samstarvið – trivnaður og fyribyrging

Nr. 1415-08

Endamál: At styrkja SSP­læraran í at miðla og fremja virkiskránna í einstaka skúlanum. At luttakarar fáa íblástur, leiðbeining og møguleika at deila royndir í at røkja arbeiðssetningin sum SSP­lærari.

Innihald: Skeiðið tekur støði í arbeiðs setn ing­inum hjá SSP­læraranum:1. Hvussu tekur tú lut á fundum í SSP­økis­

bólkinum og ert samanbindingarlið millum skúlan og SSP­økisbólkin?

2. Hvussu miðlar tú vitan um tað lokala SSP­samstarvið og um tiltøk/átøk til aðrar lærarar og næmingar í skúlanum eins og foreldur?

3. Hvussu vegleiðir tú á skúlanum um tilfar og undirvísing?

4. Hvussu fylgir tú við, hvat hendir millum børn og ung í skúlanum?

5. Hvussu ráðgevur tú øðrum lærarum í ein­staklingamálum?

6. Hvussu ber til at samskipa tiltøk/átøk á skúla num?

Skeiðsleistur: Upplegg, bólkaarbeiði og framløga.

Málbólkur: SSP­lærarar.

Undirvísing: • Óli Rubeksen, SSP­ráðgevi• Mariann Reinert, SSP­samskipari hjá løg­

regluni• Niels Uni Dam, samskiftisráðgevði• Jóhanna Andreassen, kognitivur coach• Jógvan Hansen, heimsspekingur.

Stað/tíð: Gjáargarður við Gjógv. Gist verður í dupult kømrum. Skeiðið er frá 18. september, kl. 9.00 til 19. september, kl. 16.00 18 lektiónir.GG: Skeiðiðertann30.05.14flutt til 25.-26. september - somu tíðir.

Sýni/Dýpi 1Nr. 1415-09

Endamál: At kunna um sBókina Sýni/Dýpi 1,sum er ætlað til lærugreinina føroyskt á C­stigi. At kunna um, hvat ein sBók er, og hvussu hon verður nýtt. At kunna um innihaldið í fyrstu bókaheildini, hvussu hon samsvarar við náms­ætlanina, og hvørjar undrivísingargongdir hon leggur upp til. Innihald: • Hvat er ein sBók, og hvussu gagnnýti eg

hana best?• Innihaldið í Sýni 1• Innihaldið í Dýpi 1• Undirvísingargongdir• Næstu bókaheildirnar.

Skeiðsleistur: Framløgur, orðaskifti og verk­stova.

Málbólkur: Føroysklærarar í miðnámi, sum brúka – ella ætla at brúka – sBókina.

Undirvísing: Dorit Hansen, Sólvá Jónsdóttir Kirsten Brix, Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen, ritstjórar.

Stað/tíð: Nám 28. august, kl. 9.00­15.00 6 lektiónir.

Viðmerking: Luttakarar skulu hava egna teldu við.

– SSP­lærarin í verki / Vistarskeið– sBók til C­stig í lærugreinini føroyskt

Page 10: SKEIÐ HEYSTIÐ 2014 - Snar.fo · 2018. 11. 24. · 141508 SSPsamstarvið – trivnaður og fyribyrging 9 Mál 141509 Sýni/Dýpi 1 9 141510 Pit Stop 10 1415-11 Próvtøka í enskum

10 SKEIÐSSKRÁ – HEYSTIÐ 2014

Fast samband: Í samráði við Posta verður bílagt tilfar sent skúlum/stovnum og heintað aftur eftir avtalu.Vanliga verður sent soleiðis:• Mánadag: Norðuroyggjar, Vágar, Sandoy, Suðuroy, Nólsoy, Hestur, Skúgvoy• Týsdag: Eysturoy, Streymoy• Mikudag: Tórshavn.Bílegging til postsending skal fara fram í góðari tíð – í seinasta lagi dagin fyri avgreiðsludag. Flokssett og bókakassar, ið ætlanin er at heinta, skulu bíleggjast í seinasta lagi dagin fyri. Filmar og tilfar úr Kunningarsavninum kunnu tó lænast við diskin.

Pit StopNr. 1415-10

Endamál: At kunna luttakarar um tilfarið, so leið is at teir fáa eyga á tað sermerkta við tí umframt eina greiða fatan av, hvussu bøkurnar saman skapa eina heild, sum bjóðar til fjøltáttað og næmingalagaða læring við øllum neyðugum stuðli til læraran.

Innihald: Skeiðið tekur støði í allari Pit Stop bókarøðini við atliti at nýtslu, progressión og førleikamáli, men fer nakað meir í dýpdina við ítøkiligum dømum úr Pit Stop 5 í viðgerðini av einum árgangi.

Pit Stop til 4. flokk, sum er ávegis, fær eina stutta innleiðslu fyri seg, tí henda heildin víkur nakað frá øllum hinum árgangunum í bygnaði.

Skeiðið er sostatt ein yvirskipað innleiðsla í bókarøðina sum heild, sum er viðkomandi fyri lærarar á øllum floksstigum, sum ikki hava verið á Pit Stop­skeiði áður.

Skeiðsleistur: Fyrilestur, framløga, kjak og bólkaarbeiði.

Málbólkur: Lærarar við førleika at undirvísa í enskum í fólkaskúlanum.

Undirvísing: Maria Heradóttir, ritstjóri.

Stað/tíð: Nám 5. september, kl. 9.00­15.00 6 lektiónir.

– nýtsluleiðbeining til 4.-9. flokk

Próvtøka í enskum í 9. og 10. flokki

Nr. 1415-11

Endamál: At samantvinna frálæru og faklig krøv í námsætlanini sum fyrireiking til bæði skrivliga og munnliga próvtøku. At leggja lag á arbeiðslag og umlestur, at velja próvtøkuhátt A ella B, at fyrireika seg til próvtøku og leggja hana formliga til rættis og at enda at leiða próvtøku.

Innihald: Upp til 9. flokk tekur skeiðið støði í Pit Stop, men til 10. flokk verður víst á hóskandi møguleikar at byggja víðari. Lærarar fáa høvi at royna seg ítøkiliga við frymlunum Ársætlan fyri lærugrein og Undirvísingargongd við atliti at námsætlanini umframt vegleiðing í at brúka eftirmeting, sum øll eru viðkomandi arbeiðsamboð. Gjørdar verða ítøkiligar royndir við, hvussu ein góður próv tøkuspurningur skal orðast. Kjak, góð hugskot og ráð frá luttakarum verður enn ein natúrligur partur av skeiðinum.

Skeiðsleistur: Framløgur, ítøkiligar uppgávur og kjak.

Málbólkur: Lærarar við førleika at undirvísa í enskum í 9. og 10. flokki.

Undirvísing: Margreth Veihe og Bergur Rasmussen, lærarar.

Stað/tíð: Nám 9. september, kl. 9.00­15.00 6 lektiónir.

– faklig og formlig fyrireiking

Page 11: SKEIÐ HEYSTIÐ 2014 - Snar.fo · 2018. 11. 24. · 141508 SSPsamstarvið – trivnaður og fyribyrging 9 Mál 141509 Sýni/Dýpi 1 9 141510 Pit Stop 10 1415-11 Próvtøka í enskum

SKEIÐSSKRÁ – HEYSTIÐ 2014 11

Føroysk søga 1Nr. 1415-12

Endamál: At geva lærarum eina fatan av, hvat ein sBók er, og hvat hon kann. Harumframt er endamálið at geva skeiðsluttakarum nakrar undirvísingargongdir.

Innihald: Stutt um hvat ein sBók er. Hvussu er tilfarið ætlað at verða brúkt.

Skeiðsleistur: Fyrilestur, royndir, bólka­arbeiði.

Málbólkur: Søgulærarar í 7. flokki og fram-halds deild.

Undirvísing: Bergur Rasmussen, lærari og Sigfríður Abrahamsen, ritstjóri.

Stað/tíð: Nám 29.­30. september, kl. 9.00­15.00 12 lektiónir.

Viðmerking: Luttakarar skulu hava teldu ella teldil við á skeiðið.

– skeið í at brúka sBókina

Tvey kyn – ymsar støðurNr. 1415-13

Endamál: Endamálið er at geva luttakarunum innleiðslu í nýggja sBókatilfarið til samfelags­frøði.

Innihald: Ein lýsing av føroyska samfelagnum við atliti at viðurskiftum, sum eru ymisk fyri kvinn ur og menn. Hetta verð ur gjørt við teksti, talv um og hag talsmyndum og við spurn ingum úr til farinum at leggja upp til orða skifti. Tað snýr seg um demografisku søguna, íbúgvaviðurskifti í dag, lívsævi og burðarviðurskifti, samlív og samlívsslit, útbúgvingarviðurskifti, arbeiðsmarknað og inntøkuviðurskifti.

Undirvísingartilfarið er gjørt í samstarvi millum Nám og Javnstøðunevndina.

Skeiðsleistur: Framløga, venjingar, bólka­arbeiði.

Málbólkur: Miðnámsskúlalærarar og lærarar í 10. flokki, sum undirvísa í samfelagsfrøði.

Førleikakrøv: Kunnleiki til Excel er ein fyrimunur.

Fyrireiking: Luttakarar stovna atgongd til sBókina og kaga í brot, sum í stigum verður løgd út á nam.fo/snar.fo í stigum.

Undirvísing: Hans Pauli Strøm, sosiologur, Kristianna Winther Poulsen, cand. mag. og Sigfríður Abrahamsen, ritstjóri.

Stað/tíð: Nám 4. september, kl. 9.00­15.00 6 lektiónir.

Viðmerking: Luttakarar skulu hava teldu við á skeiðið.

– føroyska samfelagið lýst í mun til javnstøðu

Page 12: SKEIÐ HEYSTIÐ 2014 - Snar.fo · 2018. 11. 24. · 141508 SSPsamstarvið – trivnaður og fyribyrging 9 Mál 141509 Sýni/Dýpi 1 9 141510 Pit Stop 10 1415-11 Próvtøka í enskum

12 SKEIÐSSKRÁ – HEYSTIÐ 2014

Rokning 1Nr. 1415-15

Endamál: At luttakarar fáa kunnleika um at brúka tað fyrstu bókina í nýggju rokni bóka­røðini við serligum denti á næmingalag aða und­ir vísing og verkligt virksemi.

Innihald: Farið verið í gjøgnum rokni bøkur­nar, talvufílur og lærararaleiðbeining, har kunn að verður um tað didaktiska/pedagogiska grundarlagið undir bókini og talvufílum.

Skeiðsleistur: Fyrilestur, bólkaarbeiði og verkligt virksemi.

Málbólkur: Lærarar, ið fara at undirvísa í bókini Rokning 1 í forskúla og/ella 1. flokki. Námsfrøðingar, sum arbeiða í forskúla ella skúlabólki.

Undirvísing: Elin Henriksen, lærari og Heini Nygaard, ráðgevi.

Stað/tíð: Nám 26. september, kl. 9.00­15.00 6 lektiónir.

– nýggj roknibókarøð

Tøl, roknihættir, algebra og Flipped Classroom

Nr. 1415-14

Endamál: Við støði í námsætlanini er enda­málið at læra at skipa undirvísing í støddfrøði grundað á “Flipped Classroom”.

Innihald: • Viðgerð og meting av tí, sum náms ætlan ir-

nar siga um tøl, roknihættir og algebra. Hug­taksfatan og hugtaksmenning hjá børnum.

• Meting av undirvísingartilfari/-miðlum. • Gjøgnumgongd av hugtakinum “Flipped

Classroom”.• Gera undirvísingarætlan og framleiða talgilt

undirvísingartilfar.

Skeiðsleistur: Fyrilestur, royndir, bólka­arbeiði.

Málbólkur: Lærarar, sum undirvísa í stødd­frøði – serliga í innskúlingini.

Undirvísing: Harald W. Knudsen, námslektari í støddfrøði og Heini Nygaard, ráðgevi.

Stað/tíð: Nám1. partur: 1.­2. oktober, kl. 9.00­15.002. partur: 17.­18. november, kl. 9.00­15.003. partur: 21. januar, kl. 9.00­15.00 30 lektiónir.

Viðmerking: Luttakarar kunnu hava teldu við á skeiðið.

Gevið gætur: Fyri skeið hjá Námi er skipanin tann, at øll skeiðstekning skal• vera í samráð og við viðmæli frá skúlaleiðslu• vera skrivað á skeiðsskjal, ið kann takast niður frá heimasíðuni www.nam.fo og • í einum verða send Námi við posti ella umvegis teldu post [email protected]. • Tekningar freistin er fríggjadagin 6. juni 2014.Gjørt verður vart við, at Nám ikki longur hevur telefax.

Page 13: SKEIÐ HEYSTIÐ 2014 - Snar.fo · 2018. 11. 24. · 141508 SSPsamstarvið – trivnaður og fyribyrging 9 Mál 141509 Sýni/Dýpi 1 9 141510 Pit Stop 10 1415-11 Próvtøka í enskum

SKEIÐSSKRÁ – HEYSTIÐ 2014 13

Landafrøði 1, 2 og 3Nr. 1415-16

Endamál: At leggja nýggja tilfarið í landa­frøði fram við støði í fakligu krøvunum í námsætlanini og knýta tað til nýggja Atlas ið, fakligu heimasíðuna á Snar og aðrar ískoytis­keldur. Harumframt er endamálið at geva lær­arum didaktiskan íblástur og verklig amboð til frálæruna.

Innihald: Faklig lesing, samvirkin talva/al­netið, undirvísingargongdir og próv tøku fyri­reiking verða sett í brennidepilin. Við støði í ítøkiligum dømum úr bókunum og fakligum krøvum til kunnleika og førleika verður av bjóð­ingin tikin, hvussu næmingar gerast virknir og veruliga arbeiða við ávísum evnum, soleiðis at trygd eisini er fyri, at teir læra at brúka sína vitan. Eisini verður farið ítøkiliga til verka at gera undirvísingargongdir og at orða hóskandi próvtøkuspurningar. Harumframt verður hugt at ymiskum ískoytistilfari, harímillum føroyskum og møguleikum at flætta hesi inn í evnini í bókunum.

Skeiðsleistur: Framløgur, orðaskifti, ítøkiligar uppgávur.

Málbólkur: Lærarar við førleika at undirvísa í landa frøði í 7., 8. og 9. flokki.

Fyrireiking: Nærri boð koma umvegis teldu­post nakað áðrenn skeiðið.

Undirvísing: Petur Ove Petersen, fv. lærari og skúlastjóri og Ingolvur Gunnarsson, lærari.

Stað/tíð: Nám 20.­22. oktober, kl. 9.00­15.00 18 lektiónir.

Viðmerking: Luttakarar skulu hava bøkurnar Landafrøði 1, 2 og 3 við á skeiðið.

– tilfar, amboð, arbeiðshættir og fak­lig krøv

Sangur, rørsla og samanspæl

Nr. 1415-17

Endamál: • At vísa á, hvussu sangur og einføld íðkan við

tón leiki kann stuðla undirvísingini í ymsum lærugreinum, og hvussu hesi kunnu fremja felagsskap í flokkinum.

• At fáa sangin – eisini saman við rørslu og einfaldari íðkan – at gerast størri partur av gerandisdegnum í føroysku skúlunum og at geva lærarum amboð at røkka hesum máli.

Innihald: • Víst verður á ymiskar møguligar undir vís­

ing artilgongdir, har sangur, rørsla og spæl náttúrliga kann vera ein partur

• Tónleikaligur amboðskassi til lærarar, sum ikki eru so stinnir í fylgispæli

• Fylgispæl á gittara og klaveri, mest fyri nýbyrjarar og óroynd

• Einfalt samanspæl við ljóðførum, sum eru við hondina (spannir, kassar, fløskur o.a.) og við boomwhackers

• Rørslur, føroyskur dansur og dansispøl.

Skeiðsleistur: Framløgur, felagssangur (mest fyrra dagin) og spæl (mest seinna dagin).

Málbólkur: Lærarar, ið undirvísa í 1.-7. flokki.

Undirvísing: Zacharias Sørensen, Søren Pedersen, Ásbjørn Berthelsen og onnur.

Stað/tíð: Lýst verður seinni, hvar skeiðið verður hildið 23.­24. oktober, kl. 9.00­15.00 12 lektiónir.

– í vanligu undirvísingini

Page 14: SKEIÐ HEYSTIÐ 2014 - Snar.fo · 2018. 11. 24. · 141508 SSPsamstarvið – trivnaður og fyribyrging 9 Mál 141509 Sýni/Dýpi 1 9 141510 Pit Stop 10 1415-11 Próvtøka í enskum

14 SKEIÐSSKRÁ – HEYSTIÐ 2014

Nr. 1415-18

Víðkað skeið í ActiveBoard

Endamál: Luttakarar læra at nýta ymisk amboð og at gera talvufílur í ActivInspire.

Innihald: Skeiðið byggir á “Kom í gongd”­skeiðini, sum Nám fyriskipaði skúla árini 2011­2012 og 2012­ 2013. Luttakar a r læra at brúka ymisk onnur amboð í ActivInspire um­framt at arbeiða við at kvøðu amboði og filmi í ActivInspire.

Skeiðsleistur: Framløgur og verkstovur.

Málbólkur: Lærarar, sum eru hollir brúkarar av ActivInspire.

Undirvísing: Sólvá Jónsdóttir og Heini Nygaard, ráðgevar.

Stað/tíð: Nám 24.­25. november, kl. 9.00­15.00 12 lektiónir.

Viðmerking: Luttakarar skulu hava egna, dag­førda teldu við á skeiðið.

Nr. 1415-19

ClassFlow

Endamál: Luttakarar læra at brúka ClassFlow.

Innihald: Lært verður at gera talvusíður í ClassFlow, og hvussu ClassFlow kann fáa næmingarnar við inn í undirvísingina við teirra teldu og teldlum.

Skeiðssnið: Upplegg og verkstova.

Málbólkur: Skeiðið er ætlað lærarum, ið hava samvirkna talvu og ikki eru komnir rættiliga í gongd.

Fyrireiking: Luttakarar mugu vera skrásettir sum brúkarar av www.classflow.com áðrenn teir koma á skeiðið.

Undirvísing: Heini Nygaard, ráðgevi.

Stað/tíð: Nám 11. november, kl. 9.00­15.00 6 lektiónir.

Viðmerking: Luttakarar hava hugskot og tilfar til eina stutta undir vís ing ar gongd við sær til skeið ið.

– eitt netborið samvirkið talvuforrit

Page 15: SKEIÐ HEYSTIÐ 2014 - Snar.fo · 2018. 11. 24. · 141508 SSPsamstarvið – trivnaður og fyribyrging 9 Mál 141509 Sýni/Dýpi 1 9 141510 Pit Stop 10 1415-11 Próvtøka í enskum

SKEIÐSSKRÁ – HEYSTIÐ 2014 15

Page 16: SKEIÐ HEYSTIÐ 2014 - Snar.fo · 2018. 11. 24. · 141508 SSPsamstarvið – trivnaður og fyribyrging 9 Mál 141509 Sýni/Dýpi 1 9 141510 Pit Stop 10 1415-11 Próvtøka í enskum

16 SKEIÐSSKRÁ – HEYSTIÐ 2014

WWW.NAM.FO

Hoyvíksvegur 72 ­ Postrúm 3084 ­ FO­110 Tórshavn ­ Telefon +298 755 150 ­ [email protected]