180
FYRSTI TÁTTUR MYND I: Á borgarvirkinum uttanum kongsborgina í Helsingør. Francisco á vakt, Barnardo kemur. BARNARDO:Hvør er har? FRANCISCO: Nei, svara tú! Gev teg til kennar! BARNARDO:Leingi livi kongur. FRANCISCO: Er tað Barnardo? BARNARDO:Ja. FRANCISCO: Tú avloysir meg júst til tíðina. BARNARDO:Ja, hon er tólv nú. Far í song, Francisco. FRANCICSO: Takk fyri. Her er ísakalt heruppi. Og eg eri illa fyri. BARNARDO:Hevur tað annars verið kvirt? FRANCISCO: Ikki rørdist ein ond. BARNARDO:So góða nátt. Horatio og Marsellus skuldu komið, sært tú teir, so bið teir gera skjótt. FRANCISCO: Eg haldi, eg hoyri teir. (Horatio og Marsellus koma) 1

snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

  • Upload
    others

  • View
    0

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

FYRSTI TÁTTUR

MYND I:

Á borgarvirkinum uttanum kongsborgina í Helsingør.Francisco á vakt, Barnardo kemur.

BARNARDO:Hvør er har?

FRANCISCO: Nei, svara tú! Gev teg til kennar!

BARNARDO:Leingi livi kongur.

FRANCISCO: Er tað Barnardo?

BARNARDO:Ja.

FRANCISCO: Tú avloysir meg júst til tíðina.

BARNARDO:Ja, hon er tólv nú. Far í song, Francisco.

FRANCICSO: Takk fyri. Her er ísakalt heruppi.Og eg eri illa fyri.

BARNARDO:Hevur tað annars verið kvirt?

FRANCISCO: Ikki rørdist ein ond.

BARNARDO:So góða nátt.Horatio og Marsellus skuldu komið,sært tú teir, so bið teir gera skjótt.

FRANCISCO: Eg haldi, eg hoyri teir.(Horatio og Marsellus koma) Hey! Hvør er har?

HORATIO: Vinir av ríkinum.

MARSELLUS: Menn hjá danakongi.

1

Page 2: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

FRANCISCO: Eg biði tykkum góðanátt.

MARSELLUS:Ein trúgvur maður. Góðanátt. Hvør hevuravloyst teg?

FRANCISCO: Barnardo. Góðanátt.

Fer.

MARSELLUS:Halló, Barnardo!

BARNARDO:Ja, eri her. Og er Horatio við tær?

HORATIO: Jú, so dánt.

BARNARDO: Gott kvøld. Gott kvøld, Marsellus.

HORATIO: Og hevur sjónin vitja aftur í nátt?

BARNARDO:Eg havi einki sæð.

MARSELLUS:Hann trýr, vit bara sóu yvir okkum.Horatio vil ikki trúgva, attann ræðuliga sjón var verulig.So tí eg havi boðið honum viðat ganga vakt við okkum hesa nátt,og kemur hatta undarliga aftur,so sær hann, kanska kann hann tosa við tað.

HORATIO: Nei, tvætl, her kemur einki.

BARNARDO: Set teg niður,so herja vit á oyru tíni aftur,sum verja seg so væl mót okkar’ søguum tað, vit tvær ferð hava sæð.

HORATIO:: Aja,vit seta okkum. Sig so frá, Barnardo.

2

Page 3: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

BARNARDO:Jú, síðstu nátttá handa sama stjørna vestanfyriskein so bjart sum nú á himmalin,Marsellus og eg sjálvur gingu vakt,klokkan sló júst eitt –

Hamurin kemur.

MARSELLUS:Nú, tig! Hygg, síggja tit, tað kemur aftur!

BARNARDO:Í skapinum av okkar’ deyða kongi.

MARSELLUS:Tú ert lærdur, sig okkurt, Horatio. 1

BARNARDO:Líkist tað ei kongi? Hygg, Horatio.

HORATIO: Sum at síggja hann. Eg ógvist við.

BARNARDO:Tað vil, vit tala við tað.

MARSELLUS: Tala, Horatio.

HORATIO: Hvør ert tú, sum teg stjelur fram á nátt,í sama skap og hermansliga líkið,sum Danakongur, ið júst grivin varð?Við himmalin eg biði, svara mær.

MARSELLUS:Honum dámar einki.

BARNARDO: Hygg, hann rýmir.

HORATIO: Nú, steðga, tala, tala, eg biði teg.

Hamurin fer.

MARSELLUS:Hann fór og vildi einki siga.

3

Page 4: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

BARNARDO:Horatio, nú? Tú skelvir, tú ert bleikur.Er hetta ikki meir enn dreymasjónir?Hvat heldur tú?

HORATIO: Á harragud, eg hevði aldri trúð,um míni egnu eygu ikki góvumær haldgott prógv.

MARSELLUS: Og líktist tað ei kongi?

HORATIO: Sum tú tær sjálvum.Júst soleiðis var brynja hansar’ táhann bardist móti gríska Noregi.Og andlitsbráið var, sum tá hann slerdipóllendingar har á ísinum. 2

Hetta er løgið.

MARSELLUS:Og tvær ferð áður, júst um somu tíð,við hermansligum fetum fór framvið.

HORATIO: Eg veit ikki rættiliga, hvat eg skal hugsa,men giti mær at hetta boðar okkurtslag av órógv her í ríkinum.

MARSELLUS:Kom, seti tykkum, sig mær, hann sum veit,hví so sterkt vaktarhald skal vera hvørjanátt við landsins íbúgvum, og hvíhvønn dag kanónir verða stoyptar, útgerðtil kríggj úr øðrum londum verður keypt;hví skipasmiðir stríðast dag og nátt,ja, bæði gerandis og heilagt við?Hvat er á ferð, sum ger at sveittin lekurav monnum, so teir missa dagaskil,er nakar, sum kann siga mær?

HORATIO: Eg kann.Tað sigst, í øllum førum: kongur vár,sum vit í hamferð sóu her í áðni,

4

Page 5: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

av Fortinbras av Noregi, tit vita,sum øvundsjúkur, ærukærur var,varð østur; og tann djarvi Hamlet kongur(soleið’s varð hann róptur her um leiðir)sló Fortinbras til jarðar, og við tíat sáttmáli var skrivaður, ið vælog virðiliga lógarfestur var,fór alt hann átti, undir danakongtá Fortinbras lat lív. Og kongur várá sama sáttmála hann skrivaði,og um hann hevði tapt, vit somuleiðisvóru ogn hjá Noregi; og tísum skrivað stóð og avgjørt var av báðum,alt fall til Hamlet kong. Men prinsurin,hin ungi Fortinbras, uppøstur, heitur, 3

hevur fingið menn úr hvørjum krókiav Noregi, og savnað sær eitt liðav útiløgumonnum, sum við lyftium mat og annað, eru farnir út á eina herferð, djarvir, óttaleysir,og ætlanin er tann, at vinna afturvið valdi alt frá okkum, sum hin gamlimisti. Tað, eg haldi, grundin ertil allar fyrireikingar til stríð,til hetta stranga vaktarhald, og alttað rok og hurlivasan, sum fer fram.

BARNARDO:Eg haldi júst tað sama, einki annað.Og sjónin gongur sum ein fyriboðan,í sama líkið, sum hin farni kongur,ið grundin var og er til hetta stríð.

HORATIO: Eitt rusk í sálarinnar eyga bert. Í miklu Rómaborg á sinni, tá,stutt áðrenn stóri Caesar feldur varð,har stóðu gravir opnar, og tey deyðugingu ýlandi á gøtunum;stjørnur við hala av eldi sóust, blóðdøgg,tekin í sólini, og hin váti máni, 4

ið ræður yvir Neptuns ríki, sjúkur,myrkur, sum um dómadagur kom.

5

Page 6: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

Og júst slík tekin, boð um hóttafall,ávaringar, um hvat koma skal,sum forspæl til ein ræðuligan leik,nú himmalin og jørðin sýna framhjá okkum, fyri okkar’ landsmonnum.

(Hamurin kemur)Men stillir, hyggið! Har tað kemur aftur.Eg forði tí, um so tað kostar lívið.

(Hamurin breiðir armarnar út)Steðga, hvørvisjón! Um rødd tú eigur,tala við meg.Um okkurt gott er, ið kann gerast tærtil sálarfrið og kanska mær til náði,so tala við meg;um nakað tú um landsins lagnu veit,sum vitan kanska kundi hildi burt,so tala;ella um tú eigur fjaldan dýrgripniðurgrivnan onkustaðni, sumtað sigst kann fáa deyð at ganga aftur,so steðga, tala.

(Ein hani gelur) Steðga tí, Marsellus.

MARSELLUS:Skal eg sláa tað við spjótinum?

HORATIO: Ja, um tað ei vil steðga.

BARNARDO: Her!

HORATIO: Nei, her!

Hamurin fer.

MARSELLUS:Nei, horvið.Vit gjørdu skeivt, at nýta vápn mót hesikongaligu sjón; hon er sum luft,kann ikki rakast, og at sláa lufter býttiskapur bara og ein háðan.

6

Page 7: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

BARNARDO:Tá hanin gól, tað ætlaði at tala.

HORATIO: So hvakk tað, sum ein sekur vildi hvokkið,tá revsing rópar. Jú, eg havi hoyrtat hanin, hann, ið gelur fyri morgni,við strektum hálsi, hørðum, snjøllum skríggi,vekir dagsins gud og ávarar,á sjógvi, landi, eldi ella luft,teir vilstu andar, sum her mala um,og sendir teir til bøli sítt; tað havavit nú við egnum eygum fingið prógvað.

MARSELLUS:Tað fánaði tá hanin gól. Tað sigst,at tá ið nærkast tíðin, har vit haldadagin, tá ið frelsarin varð føddur,tá syngur degnings fuglur alla nátt,og eingir andar tora tá at ganga,friður legst á bæði nátt og stjørnur,tey fornesku seg fjala, gandur fánar,so heilag, náðirík er henda tíð.

HORATIO: Tað sigst, og jú, eg trúgvi tí sum so.Men hygg, nú morgunroðin breiðir seg,og gyllir heyggjarnar har eysturi.Vit bróta vakt, og hoyri míni ráð:vit fara beint til unga Hamlet prins.Um hamferðin ei gav sær far um okkum,eg svørji, hann fær orð á hatta undrið.Hvat halda tit, at siga honum frá,er tað ei bæði vinskapur og skylda?

MARSELLUS:Jú, púra vist, og henda morgun veit egjúst akkurát hvar vit hann kunnu finna.

Teir fara

7

Page 8: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

MYND II:

Ein høll í borgini. Lúðraljóð. Inn koma Claudius kongur, Gertrud drotning, Hamlet prinsur, Polonius, Laertes, Voltimann, Kornelius, og onnur.

CLAUDIUS: Hóast minni um vár kæra bróðirHamlets deyða enn er ungt, og vitáttu enn at syrgt, ja, ríkið altav røttum samanringdi seg í sorg,so hevur vitið stríðst við náttúru;vit minnast hann og syrgja enn við skilið,men gloyma ikki burtur okkum sjálvi. 5

Tí hon, ið bróðurkona, systir, var,og drotning yvir hesum mikla landi,henni – tó at gleðin ei er mikil,annað eyga vónríkt, hitt er syrgið,syrgiligt brúdleyp, gleðilig jarðarferð,javnvág millum grát og látur – havavit okkum gift við nú. Og lurta havavit eftir øllum góðum ráðum, og vit fingu viðhald í tí avgerð. Takk. 6

Og síðani: hin ungi Fortinbras,tit vita, sum ei metir okkum høgt,og kanska trýr, at síðan bróðir doyði,ríkið várt er viknað, dottið sundur,og droymir tí um vinning til sín sjálvs,hann díkir okkum undir nú við krøvumum jørð at fáa aftur, sum varð mist,júst eftir lógini, tá faðir hansmót djarva bróðir okkar’ tapti stríð.Men hann um tað. Nú, hesin ríkisfundurskal snúgva seg um skriv, vit hava hertil Noregs kong, sum farbróðir hjá ungaFortinbras jú er, og tíðanverrilamin er og sjúkur, og tí eiveit um, hvat bróðursonur ætlar sær;vit biða hann at steðga hesi herferð,forða Fortinbras at búgva tilsín her, sum uttanfyri lóg og rætt

8

Page 9: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

jú er; og tí vit senda tykkum báðar,tú, Voltimann, og tú Kornelius,við heilsan til hin gamla Noregskong,og fulltrú til at samráðast um jústog bara hesi mál og einki annað.Farvæl, nú skyldan skundar undir tykkum. 7

VOLTIMANN, KORNELIUS: Vit gera skjótt, sum okkar’ skylda er.

CLAUDIUS: Vit ivast ei. Farvæl og góða ferð.(Voltimann og Kornelius fara)

Laertes, nú, hvat hevur tú ‘pá hjarta?Tú hevði eina bøn, Laertes, tala.Tú tosar ei við kong, um skil er í,og verður ikki hoyrdur. So, Laertes,hvat kanst tú biðja um, sum ei kann játtast?Ei hjálpir høvdið hjartanum, og eikann hondin tæna munninum so vælsum faðir tín vár trúnu hevur tænt.Hvat ynskir tú, Laertes?

LAERTES: Tygum, baraloyvi til til Fraklands fara aftur;eg kom, tá eg var biðin, heim at sýnaskyldu mína her við tygar’ krýning.Men nú er starvið gjørt, og nú mær leingist,eg viðgangi, mín allur hugur stendurtil Fraklands, og at sleppa er mín bøn.

CLAUDIUS: Hvat sigur faðir tín? Polonius?

POLONIUS: Hann hevur, tygum, trúttað á meg ogso plága, at til síðst eg gavst og gavtí treiska vilja viðhald, og gav loyvi.So gevið tygum honum loyvi við.

CLAUDIUS: Laertes, tíðin er tín, ger sum tú vilt,nýt tíðina sum best, til fyrimuns.Nú, Hamlet, skyldmaður og sonur mín.

9

Page 10: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: (fyri seg sjálvan)Skyldmenn? Og hvat skylda vit hvør øðrum?

CLAUDIUS: Tú gongur sum eitt illveður í skugga.

HAMLET: Nei, ei í skugga; gangi í skeivari ætt. 8

GERTRUD: Góði Hamlet, gakk ei um so svartur,men síggj títt ríki og tín kong við betriuppsikt; leita ei í dusti niðureftir farna pápa tínum, títú veitst, alt livandi tað doyr og fertann veg, náttúran vil, til ævinleikan.

HAMLET: So er sagt.

GERTRUD: So hví skal tað so sýnastvera nakað serstakt fyri teg?

HAMLET: ‘Sýnast’ veit eg einki um; tað er! 9

Og móður, móðir, gangi eg í svørtum,ei tí tað siður er, ei heldur tíat suff og gremjan eg kann hoyra, ellasíggja tár sum áir floyma, ellaandlit vríggja seg í pínu, nei,tey mongu brøgd og hábrøgd, sorg vil vísasýnast mær, júst tað, at bara ‘sýnast.’Tey eru spæl og fjas og einki annað.Eg kenni sorg og sakn, á jú, tey bæði,tey kunnu ikki vísast fram í klæði.

CLAUDIUS: Hamlet, tað er alla æru vertat syrgja, sum tú gert, um faðir tín;men hugsa um: hann misti faðir sín við,tann faðirin misti eisini sín, og tann,ið situr eftir hevur skyldu at syrgjaeina tíð, men so ei meir; at støðugtganga so og kúra er ei sorg,men gudleyst treiskni; tað er einki mansligt.At bara vera tvørur er at sýnastótolin í sinni, veikur í vilja,

10

Page 11: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

barnsligur, óvitandi og býttur.Tí tað, ið henda má, tað hendir jú,tað vita vit, og tað er púra vanligt;at lúnast, taka at sær, tí at lagnanrakar, tað er spott og einki annað!Spotta tey deyðu og spotta náttúruna,sum altíð hevur verið so: ein faðirdoyr, ein sonur livir, soleiðishevur verið síðan fyrsta lík,til tann, ið doyði í dag. So legg nú frá tærta høpisleysu sorg, og hygg at mær:tí eg nú eri pápi tín, og tútað allur heimur vitna kann, ert næsti arvingi til trúnuna; vit taka ímóti tær við kærleika ei minni enn tí, ið faðir gevur einum soni.Tú sigur, at tú ætlar tær at haldafram á skúlanum í Wittenberg;tað dámar okkum einki, vildu heldurat tú her undir okkar’ blíðu eygumvar, vár fremsti skyldmaður og jallur,bróðursonur vár og sonur við.

GERTRUD: Lat mammu ei til fánýtis teg biða,ver heima, far ei burt til Wittenberg.

HAMLET: Eg akti teg í øllum, góða drotning.

CLAUDIUS: So vakurt og so kerligt aftursvar.Verð tú sum vit í Danmark. Kom nú, góða.Tað vakra svar frá Hamlet setti segsum bros í hjarta mínum; nú til veitslu!Hvør skál, ið kongur drekkur her í kvøldskal boðast upp til skýggja við kanónum,so endurljóð skal geva høgt haruppitoran her hjá okkum. Kom, vit fara.

Lúðraljóð. Øll fara uttan Hamlet.

HAMLET: Á, kundi hetta alt ov seiga kjøtbert bránað burt, og horvið eins og døgg. 10

11

Page 12: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

Ella hevði Harrin ei sett forboðmóti sjálvmorði. Á Gud! Á Gud!So møðsamt, tómt og tungt og uttan vóner alt, ið heimur hevur at bjóða mær.Til tramans við honum! Ein garður grógvintil av ókrúti; bert ljótan vøksturber hann. Á, at hetta skuldi henda!Tveir mánar deyður; ikki so frægt sum tað:ein kongur so framúr, kann metast javntvið hendan sum ein gudur við eitt trøll.Elskaði mammu so, hann læt ikki vindinblása ov hart á hana. Harra mín Gud!Hví skal eg minnast? Hon hongdi seg í hann,eins og matarlystur bara vaksav tí hann nørdist av. Og kortini –ikki hugsa um tað. Veikleiki,tú eitur kvinna! – knappan mánað bara,ei slitnir skógvarnir hon fylgdi neyðars deyða pápa mínum í til gravar,sum Nioba sjálv hon græt 11 – ja, hon –á, Gud! Eitt beist, ið ikki eigur skiltað hevði longur syrgt – gift uppaftur,við pápabeiggja; og hann er sum pápieins og Herkules sum eg. Ein mánað!Tey søltu tár, av órætti hon grætnóg illa tornað vóru á hennar kjálkum, so er hon gift. Nei, har var einki drál,við slíkum skundi beint til blóðskemd løk.Tað er ei, og tað kemur ei gott burturúr.Men brotnað hjarta mítt, tí eg má tiga.

Inn koma Horatio, Marsellus og Barnardo.

HORATIO: Góðan dagin, tygum.

HAMLET: Góðandag – Horatio! Ella eri eg blivin býttur?

HORATIO: T’er eg, tín trúgvi tænari sum altíð.

12

Page 13: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Vit broyta hatta heitið beinanveg. 12

Mín góði vinur, beint úr Wittenberg?Marsellus.

MARSELLUS:Góði harri.

HAMLET: Gott at síggja teg.(við Barnardo)

Og góðandag.Men hvat fekk teg úr Wittenberg og higar?

HORATIO: Eg hevði hug at skulka eina tíð.

HAMLET: Lat fíggindar ei hoyra teg, og ikkiso illa far við oyrum mínum, attey enda við at trúgva tær og missaálit. Tú ert eingin skulkari.So sig, hvat gert tú her í Helsingør?Vit læra teg at drekka, áðrenn tú fert.

HORATIO: Eg kom til jarðarferð hjá pápa tínum.

HAMLET: Ikki arga meg, mín góði vinur,tú komst í brúðleyp her hjá mammu míni.

HORATIO: T’er satt, tað var ei leingi millum bæði.

HAMLET: Sparing, skilir tú! Tað, bakað vartil ervi kundi etast kalt til brúðleyp.Vildi heldur hitt mín argastafígginda í himni enn havt sæðtann dag. Eg síggi – haldi eg síggi pápa!

HORATIO: Hvar, tygum?

HAMLET: Í huganum, Horatio.

HORATIO: Eg havi hitt hann. Góður kongur var. 13

HAMLET: Hann var ein maður, eingin var sum hann.

13

Page 14: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

Hansar líka síggja vit ei aftur.

HORATIO: Eg haldi, at eg sá hann nú í nátt.

HAMLET: Sá? Hvønn sást tú?

HORATIO: Kongin, faðir tín.

HAMLET: Kongin, faðir mín?

HORATIO: Lat ikki undran taka teg av fótum,men lurta eftir frásøgn míni fyrst,og hesir menn, teir eru vitni míni,um tað eg sá.

HAMLET: Gudsdoyð, so lat meg hoyra!

HORATIO: Tvær nætur hava hesir menn, Marsellusog hin, Barnardo, meðan teir í kvirru,deyðu miðnátt stóðu vakt, sæð eitt,ið líktist pápa tínum; vápnaður, í brynju við frá høvur og til fót,spakuliga, tignarliga gekk hanntríggjar ferðir framvið teirra ræddu,skøkku eygum ikki meir enn stavlongdburturfrá; har stóðu teir og skulvu,ræðsluslignir, tigandi. Og mærfrá loyndarmálið sínum síðan søgdu;triðju náttina eg fór á vaktvið teimum, og júst somu tíð sum fyrr,eins og teir høvdu sagt mær, sjónin kom; hon líktist pápa tínum eins og onnurhondin líkist hinari.

HAMLET: Hvar var tað?

MARSELLUS:Á múrunum, har sum vit ganga vakt.

HAMLET: Tit tosaðu ei við tað?

14

Page 15: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HORATIO: Jú, eg royndi,fekk einki svar, men helt tó kortiniat einaferð tað vendi sær, sum umtað ætlaði at tala; men ein haniat gala fyri morgni fór júst tá,og beinanveg tað byrjaði at fánaog hvarv so.

HAMLET: Hatta ljóðar sera løgið.

HORATIO: Eg svørji kortini, at tað er satt;vit hildu, tað var skylda okkaraat siga tær frá tí.

HAMLET: So víst; men hetta ørkymlar meg tó.Á vakt í nátt tit eru?

MARSELLUS, BARNARDO: Jú, vit eru.

HAMLET: Herklæddur?

MARSELLUS, BARNARDO: Í brynju var hann, ja.

HAMLET: Allur?

MARSELLUS, BARNARDO: Ja, frá høvur og til fót.

HAMLET: So andlitið var fjalt?

HORATIO: Vit sóu tað, tí hjálmurin var opin.

HAMLET: Og bráið? Var hann blíður ella vreiður?

HORATIO: Eg haldi meira syrgin var enn vreiður.

HAMLET: Og dæmi?

HORATIO: Bleikur.

15

Page 16: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Hugdi hann uppá teg?

HORATIO: Allatíð.

HAMLET: Eg vildi eg var har.

HORATIO: Tað hevði skelkað teg.

HAMLET: Ja, eingin ivi.Var hann leingi?

HORATIO: Eg hevði kunnað talt uppí hundrað, kanska.

MARSELLUS, BARNARDO:Longur, longur.

HORATIO: Ikki tá eg sá.

HAMLET: Var skeggið grátt?

HORATIO: Sum tá eg sá hann, tá hann var á lívi,silvur í tí svarta.

HAMLET: Nú í kvøldeg komi við; tað hendir kanska aftur.

HORATIO: Tað ger tað púra vist.

HAMLET: Og um tað líkistfaðir mínum, skal eg tosa við taðum helviti so letur upp sín kjaftog biður meg at tiga. Hoyri tit,eg vóni, at tit einki hava sagtum hetta, og eg biði tykkum haldafram at tiga; hvat enn henda máí nátt, so nýti skil og sigi einki.Eg løni tykkum fyri vinskap. Nú,vit síggjast millum ellivu og tólvá múrinum.

16

Page 17: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HORATIO, MARSELLUS, BARNARDO:Vit kenna okkar skyldu móti tygum.

HAMLET: Tit kenna bara vinskap. Nú, farvæl.(Horatio, Marsellus og Barnardo fara.)

Andin av pápa mínum í brynju. So víst,alt er ei rætt. Eg vildi, tað var nátt.Hav tol, mín sál. Jú, misgerð koma skalí ljósið, hóast hon er krógvað væl.

Fer

17

Page 18: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

MYND III:

Heima hjá Polonius.Laertes og Ofelia koma.

LAERTES: Ja, so var alt umborð; farvæl nú, meðni;og systir, eru vindarnir til vildarog ættin góð, so skalt tú ikki sovamen skriva til mín.

OFELIA: Ivast tú í tí?

LAERTES: Hamlet, nú, hann spælir bara við teg,og legg ei meir í tað enn fjas og lótir,ein blákolla á várið, tað er hann:so skjót og søt, men varar ikki leingi.Angar eina lítla løtu væl,og einki meir.

OFELIA: So einki meir?

LAERTES: Lat fara.Tí náttúran er ei tað bera kjøt,nei, hetta tempul grør jú innan við,og sál og sinni vaksa líka væl.Kann vera, at beint nú hann elskar teg,og einki svik og fals er sloppið innat sálini; men ansa tær, hann ertó tann, hann er, og eigur ikki sjálvurvilja sín, tí soleið’s varð hann føddur:hann sleppur ei, sum vanligt fólk jú ger,at sjálvur gera av. Og velur hannsær konu, skal hann hugsa fyrst og fremstum landsins trygd; tí verður hansar’ valgjørt ei av kroppinum, hvørs høvd hann ber. So sigur hann, hann elskar teg, ver klók, og trúgv tí bert, í tí tú veitst um støðu hansara, at hann kann einki geraímóti kongsins vilja, minst til tað.So hugsað um teg sjálva; hvar vart túum tú tók hansar’ sangir fyri fult,

18

Page 19: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

og misti hjarta, okkurt annað við, 14 til ein, ið einki ræði eigur sjálvur?So ansa tær, Ofelia, systir mín, loyp ei framav, halt kenslur tínar niðri, tí annars verður tú skotin, skotin av ást.Nóg gávumilt tað er hjá varnari gentu,at vísa bara mánanum sítt yndi.Dygdin sjálv ei undan slatri sleppur,og ormar ofta gnaga ungar knubbaráðrenn teir á vári spretta. Pestiní ungdómi mest vandamikil er.Tín besta verja bert at óttast var;at vera ung er vandi í sjálvum sær.

OFELIA: Eg taki til mín tíni góðu ráð,og goymi tey í hjartanum. Men hoyr,ver ei sum teir ógudiligu prestar,ið vísa á tann smala veg til himmals,men ganga sjálvir um í siðloysi,á fína, breiða vegnum, flenna bertat egnum ráðum.

LAERTES: Óttast ei um meg.Nú má eg fara.

(Polonius kemur.) Hygg, her kemur pápi.

Dupult signing, tað er dupult náði.So siga vit farvæl enn eina ferð.

POLONIUS: Gongur tú her enn, Laertes? Far!Umborð við tær! Øll segl tey standa spent,tú liggur eftir. Her, mín signing við tær.Og lat meg so formana tær eitt sindur:Lat ikki tankan detta á tunguna, ei heldur frem í verki ov bráð hugskot.Ver vinarligur, men tó virðiligur.Vel vinir væl, og roynast teir í dygdum,so halt teir at tær fast í tínum hjarta.Men renn ei eftir hvørjum nýggjum fjanti,nóg illa floygdir ungar fjasast við.Loyp ei í stríð, men endar tú í tí,

19

Page 20: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

lat tað so verða hin, ið loypir undan.Gev øllum oyra, fáum tína rødd,tak móti ráðum, hav títt egna skil.Og lat teg í sum ráð tú hevur til,ei reyput og ov ríkt, men fínt og snøgt;tí klæðir gera mannin, útsjónd prógvarjúst tað, ið fransmenn duga best, at hann,ið klæddur væl er, er ein rættur maður.Læn ei frá nøkrum, og lán einki út;at læna skaðar bert títt húsarhald,tí skuld forkemur vinarlag og pengum.Men fyrst og fremst: gloym ei teg sjálvan burt!tá fylgir, eins og dagur fylgir nátt,at tú ei verður falskur móti nøkrum.Farvæl, meðni. Mín signing fylgi tær.

LAERTES: Eg fari so, farvæl, við størstu virðing.

POLONIUS: Tíðin rennur; fólkið bíðar, gakk so.

LAERTES: Farvæl, Ofelia; minst til alt taðeg segði.

OFELIA: Tað er læst í mínum sinni,tú sjálvur hevur lykilin til tað.

LAERTES: Farvæl.

Fer.

POLONIUS: Ofelia, hvat var tað, sum hann segði?

OFELIA: Nei, tað var einki; tosaðu um Hamlet.

POLONIUS: So umhugsið.Eg skilji hann í seinastuni hevurofta hitt teg einsamalla, ogtú hevur givið honum tína tíð.Um tað er so, so sum tey ávarðameg um, so noyðist eg at siga við teg:tú skilir ei teg sjálva, skilir ei

20

Page 21: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

hvat rætt er, hvussu dóttir mín man eigaat skikka sær. Hvat er ímillum tykkum?

OFELIA: Hann hevur fleiri ferðir sagt, hann hevurkenslur fyri mær.

POLONIUS: Kenslur? Gakk avstað! Tú tosar sumeitt lítið gentubarn, veit ei um vandan.Og trýrt tú hesum prátinum um ‘kenslur?’

OFELIA: Eg veit ikki hvat eg skal trúgva.

POLONIUS: Lurta!Tú ert jú bert eitt barn, um hetta prátum kenslur tú vilt taka fyri fult. Teg sjálva lær at kenna, heldur enn ‘kenna.’At kenna – lat meg ikki benda orð –er ei at kenna, men at vita betur.

OFELIA: Men pápi, hann hevur ofta sagt at hanner góður við meg.

POLONIUS: Góður er hann, handan var góð. Hvat meir?

OFELIA: Og hann hevur svorið við himmalin og altsum heilagt er, at hvørt eitt orð er satt.

POLONIUS: Bert snarur at fanga fuglar við, eg veit.Tá blóðið er heitt, er sálin gávumild,og tungan sleppur at svørja; hesir neistareru bert ljós og eingin hiti, slókna líka skjótt sum eiðurin er givin,eldur verður tað aldri. Dóttur mín,ver gírig, prísin fyri samveruset hægri, ikki koma tá hann biður.Trúgv ikki meir um hann, enn tað at hanner ungur; harafturat hann hevur longrisnór enn tú; so ansa tær nú, góða.Trúgv ikki lyftum; tey eru handilsmenn,sum ikki vísa sanna lit sín, men royna at selja skomm og skendsil, ljóða

21

Page 22: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

so heilag og góð og tosa so vakurt, barafyri at kunna lumpa teg lættari.Stutt sagt: eg vil ikki hava tegat spilla tína tíð til sleyg og fjas,tú hittir ikki Hamlet eftir hetta. Akta meg, tað sigi eg! Og kom so.

OFELIA: Eg skal akta, pápi.

Fara.

22

Page 23: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

MYND IV:

Á borgarvirkinum. Hamlet, Horatio og Marsellus koma.

HAMLET: So ísakalt, tað nítir inn á bein.

HORATIO: Ja, hvøss er luftin, bítandi og skørp.

HAMLET: Og hvat er klokkan?

HORATIO: Líður væl til tólv.

MARSELLUS:Nei, farin av.

HORATIO: Eg hoyrdi hana ikki.So er tað júst tann tímin nú, tá andinhevur víst seg áður.

(Lúðraljóð og kanónskot hoyrast) Hvat var hatta?

HAMLET: Kongur gongur fullur nú í nátt,hann ballast, dansar ørur sum ein apa,og fyri hvørt eitt steyp av týskum vínihann tømir, siga trummur og trompetirfrá tí mikla bragdið.

HORATIO: Er tað siður?

HAMLET: Ja, for tramin.Eg haldi tó, sum borðin var til slíkarsiðir, vaksin upp við tí, at bestvar um teir vóru púra lagdir av.Tí hetta drekkaríið ger at allirgrannar spilla okkum út, og rópaokkum drykkjumenn og svín og sovit koma í ringt orð; tað máar burtav brøgdum okkara, so stór tey vóru,og etur alla æru burt og navn.

23

Page 24: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

Eins og tað henda kann við einum manni,eitt viðføtt brek í honum, sum hann ei kann gera nakað við – tí okkar’ egnauppruna vit ráða ikki yvir – tað bólgnar upp, tað veksur seg ov stórt,tað brýtur niður bæði skil og vísdóm.Ein óvani so inngrógvin kann vera,at fólkaligur atburður kann hvørva,og so av hesum eina lýti, maður – av lagnu ella náttúru tað kom,og sama hvørjar dygdir hann enn hevur,og hvussu undurfullar tær so eru – hann kortini av fólkið verður dømdurav tí, at hann eitt lítið lýti ber,sum oyðileggur alla virðing annars,oyðileggur mannin –

Hamurin kemur.

HORATIO: Hygg, tað kemur!

HAMLET: Einglar og halgimenni hjálpi okkum!Ert tú ein góður andi ella djevul,ber luft av himni ella helheims royk,ber tramansskap í huga ella góðsku,so er títt skap so gátuført at egvil tosa við teg; eg skal rópa teg mín faðir, Hamlet, kongur. Svara mær!Nú, lat meg ikki spreingjast av óvissu,men sig mær hví tey halgu bein ið lóguí jørðini síni líkklæði hava skrætt,hví grøvin, har vit løgdu teg, sín tungamarmorkjaft lat upp og spýði teg?Hvat merkir hetta? Hesin deyði kroppur,brynjuklæddur, gongur í mánalýsi,óhugnaliga gert tú nátt, og okkumdárar her á jørð av ræðslu svakar,við tonkum, okkar’ sálir ikki skilja.So sig mær hví? Hvat eiga vit at gera?

Hamurin ger tekin til Hamlet.

24

Page 25: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HORATIO: Tað veittrar, biður teg at koma viðsum um tað hevur eini boð at berabert til tín.

MARSELLUS: Hygg, fólkaliga býður tað tær at koma við sær burturfrá.Men far ikki!

HORATIO: Nei, far ei, for Guds skyld.

HAMLET: Tað vil ei tosa; so eg fari við tí.

HORATIO: Nei, far ikki.

HAMLET: Hví ikki, hvør er vandin?Mítt lív er kortini ei nakað vert,og sál mín – ja, hvat kann tað gera henni?Hon er jú eisini ódeyðilig.Tað veittrar aftur: so eg fari við.

HORATIO: Men kanska leiðir tað teg út á sjógv,ella kanska út á eina egg, 15

ið lútar yvir dýpinum, og hartað tekur á seg annað skap, ið skjóttkann fáa teg frá vitinum og gerateg púra øran? Hugsa um, at slíkteitt stað jú longu ørligt er, og uttan grund ger hvønn ein øran sum har stendirog starir beint í dýpið, hoyrir duniðav brimi undir sær.

HAMLET: Tað veittrar enn. Eg komi, gakk tú undan.

MARSELLUS:Nei, tygum, farið ikki!

HAMLET: Slepp mær nú!

HORATIO: Eg sigi tær: far ikki!

25

Page 26: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Lagnan rópar,ger hvørja lítla æðr í mær so sterkasum spong í leyvuni úr Nemea. 16

Tað veittrar enn. Nú, sleppið mær, tað skjóttGudsdoyð, hvør tann sum forðar mær eg geri til spøkilsi! Eg komi! Vís mær veg.

Hamlet og hamurin fara.

HORATIO: Hann er vorðin púra frá sær sjálvum.

MARSELLUS:Kom aftaná! Vit eiga ei at akta.

HORATIO: Vit fylgja. Hvørjum skal alt enda við?

MARSELLUS:Okkurt rotið er í Danmarks ríki.

HORATIO: Harrin ræður øllum.

MARSELLUS: Kom, avstað.

Teir fara.

26

Page 27: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

MYND V:

Aðrastaðni á virkisgarðinumHamurin og Hamlet koma.

HAMLET: Hvar ætlar tú? Eg fari ikki longur.

HAMUR: Hoyr meg.

HAMLET: Eg skal.

HAMUR: Mín tíð er um at fara,til logar av svávul’ skal eg aftur venda,til eld og pínu.

HAMLET: Mær tykir synd í tær.

HAMUR: Nei, ger ei tað, men lurta eftir mær,og hoyr meg.

HAMLET: Tosa; svørji, eg vil lurta.

HAMUR: So hevna skalt tú, tá tú hevur hoyrt meg.

HAMLET: Hvat?

HAMUR: Eg eri andi faðirs tíns,og dømdur til at vála um á nátt,um dagin liggja fastandi í eldi,til syndirnar eg gjørdi, tá eg livdieru brendar burt. 17 Um tað var loyvthjá mær at siga frá um fongsul mítt,eg kundi bert við nøkrum fáum orðumskrætt sálina úr tær og fryst títt blóð,rætt eygu út úr eygnaholunum,og skilt tað kembda hár á høvdið tínum,so hvørt eitt einstakt strá stóð stirt í ræðslu,sum tindarnir á einum igulkøtti.Men ævig ræðsla er ei fyri oyru

27

Page 28: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

av kjøti og av blóði. Hoyr, meg, hoyr!Um pápa tín tú elskaði –

HAMLET: Á Gud!

HAMUR: So hevn hann og ta ræðuliga morð.

HAMLET: Morð?

HAMUR: So ræðuligt sum morð jú altíð er;men hetta: fúlt og ónatúrligt við.

HAMLET: Sig mær alt, so eg so skjótur sumein tanki ella kærleikstrá kann flúgvatil hevndina.

HAMUR: Eg síggi tú ert íðin.Og latari enn ókrútið, ið grørá Lethe áarbakka 18 varst tú, umtað ikki rørdi teg. So, Hamlet, hoyr:tey siga at, í garðinum eg láog svav, tá eiturormur kom og stakk meg;so vóru oyru øll í ríki svikinvið lygnini um deyða mín. Men vita,ormurin, ið stakk til deyða megber krúnu mína nú.

HAMLET: Og sál mín visti! Farbróðir! Á, Gud!

HAMUR: Ja, hatta svikafulla, skendska beistið,við gandalíkum snildum, og við evnumat svíkja – óndu evnir, snildir við, ið leiða út í óførið – hann vanntann skammiliga vilja hjá tí drotning,ið sýntist bert at vera trúgv. Á, Hamlet,so ræðuligt var hetta fall! Frá mær,sum elskaði eins høgt og lyftið giviðí kirkjuni, til handan hund, ið einkivar at meta móti mær í dygdum,givnum gávum.Sum dygdin freistast ei, um siðloysi

28

Page 29: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

so førir fram seg sum ein himmals eingil,fer girndin, um so til eitt halgimenniknýtt, at mettast av tí reinu songog søkja sær í dýkið.Men tig! Eg merki morgunluft. Nú skjóttmá gerast av. Eg lá í garðinum,sum oftani eg gjørdi seinnapart,og vardi einki ilt, tá sníkti hann seginn á meg við gift í eini fløsku,í oyragangir mínar stoytti hanntað ræðuliga bryggj, ið fer so illavið blóðinum á manni, at so skjóttsum kyksilvur tað ferðast gjøgnum allaropnar gangir og smogur í kroppinum,og styrkin í tí er so øgilig,at eins og loypingur í mjólk, tað stirnarblóðið, áður sunt og frískt. Tað hendimær, og beinanvegin breyt eg út,eins og spitalskur, ræðuligir svullirum allan meg.Soleið’s sovandi varð eg av bróðurhondrændur, misti krúnu, lív og drotning.Lívið kvett, meðan synd mín stóð í blóma,uttan skriftamál og altargongd,uttan avrokning sendur at standa til svars,skuldin tyngjandi á mínum høvdi.Ræðuligt, á ræðuligt, so ræðuligt!Ert tú eitt menniskja, so tol tað ei;lat ikki kongaligu song eitt reiðurfyri girnd, forbrendu blóðskemd vera.Men hvussu tú so bert teg at við hesum,lat ikki sinnið farast, hýs ei nøkrumhevndarhugi móti móður tíni.Lat himmalin um hana, og tær tornirí bróstið hennar stinga. Nú farvæl!Glóð-ormur boðar frá, tað fer at lýsa,logi hans er um at kólna út.Farvæl, farvæl, farvæl! Og gloym meg ikki.

Hamurin fer.

29

Page 30: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Á, himins herlið øll og jørð – hvat meir?Skal helviti takast við? Nei, nei! Halt ámítt hjarta; og tit sinur, gangið ei fyrimen haldið mær uppi. Ikki gloyma teg?Nei, neyðars hamur, so leingi minnið býr í hesum øra skalla. Minnast teg?Úr minni mínum skal eg strika alt,ja, allan viðfáning og gamalt tvætl,hvønn setning, hvørja bók, eg lærdi megog alt eg dugdi uttanat, so einanstíni boð og einki annað livaskal í bókini í mínum heila,ei órógvað av fjasi; harragud!Á, svikaliga kvinna!Og vittuggi, forbrenda, brosandi vittuggi.Hvar er mín bók? Eg skrivi upp, at túkanst smíla og smíla og kortini vera ein fani;í hesum landi veit eg so, tað er so.

(skrivar)Nú, farbróðir, her ert tú. So – til verka!Orðið var: Farvæl og gloym meg ikki.Svorðið havi eg.

Horatio og Marsellus koma.

HORATIO: Nú, harri!

MARSELLUS: Hamlet prinsur!

HORATIO: Himmalinnáði hann.

HAMLET: (fyri seg sjálvan)So verði.

MARSELLUS: Nú, halló!

HAMLET: Halló, halló, mín falkur, kom nú, kom. 19

MARSELLUS:Nú, hvussu stendur til?

30

Page 31: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HORATIO: Er alt í lagi?

HAMLET: Á, meir enn so.

HORATIO: Gott. Sig frá.

HAMLET: Tú dugir ikki at tiga.

HORATIO: Tað dugi eg, eg svørji við himmalin.

HAMLET: Hvør skuldi trúð, kann nakar heili fata –tit tiga við tí!

HORATIO, MARSELLUS: Sjálvandi, vit svørja.

HAMLET: Eingin her í ríkinum er so óndur,at hann ikki eisini er ein fani.

HORATIO: Vit hava ei fyri neyðini nakran at rísaúr grøv at siga okkum tað.

HAMLET: T’er rætt.Og uttan meira hóvasták eg farinú at biðja góðanátt; vit skiljast,tit fara har, sum hugur og skylda føra –tí hug og skyldur hava allir menn,soleið’s er nú tað. Og fyri mín egnaneyðarsliga part, eg fari at biða.

HORATIO: Tú tosar, sum tú vart í ørviti.

HAMLET: Fyrgev mær, um eg særdi teg.Fyrigev mær.

HORATIO: Her er eingin særdur.

HAMLET: Við Santa Pátrek, onkur særdur er,illa særdur við. Og henda sjón,so rættvíst spøkilsi, eg ivist ikki.Men ynski um at vita, hvat var sagt,noyðast tit at halda niðri. Vinir,

31

Page 32: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

skúlafelagi og hermaður,Eg biði tykkum eitt.

HORATIO: Ja, hvat er tað?

HAMLET: Ikki eitt orð um tað, tit hava sæð.

HORATIO, MARSELLUS:Vit siga einki.

HAMLET: Nei, tit mugu svørja.

HORATIO: Eg svørji, eg skal einki siga.

MARSELLUS:Heldur ikki eg, eg lovið tað.

HAMLET: Við vápnið hjá mær.

MARSELLUS:Men hoyr, vit hava longu svorið.

HAMLET: Nei, eg meini tað, við vápnið.

HAMUR: (undir jørð)Svørjið!

HAMLET: Ha, hann sjálvur, ert tú har, hin gamli?Tit hoyra handan gamla niðriundir.Svørjið so.

HORATIO: Og hvussu skal eiðurin ljóða?

HAMLET: Ikki eitt orð um tað tit hava sæð.Svørjið við vápnið.

HAMUR: (undir jørð)Svørjið!

HAMLET: Hic et ubique? 20 Kom, vit flyta okkum.Komið higar.

32

Page 33: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

Leggið hendurnar á vápnið aftur:Aldrin nevna, tað tit hava hoyrt,Svørjið nú!

HAMUR: (undir jørð)Svørjið við vápnið!

HAMLET: Nú, gamla moldvørpa, tú grevur skjótt,eitt arbeiðsgrev! Vit flyta okkum aftur.

HORATIO: So sjáldsamt havi eg ei vitað um.

HAMLET: Tak væl ímóti tí, sum sjáldsamt er.Tí meira er á himni og á jørð,enn vísindin kann droyma um. Men hoyr:nú hvussu løgið eg hereftir fariat skikka mær, og kanska sum eitt svakteg gangi, síggi út at vera ørur,so tá tú sært meg soleiðis, skalt túei standa har og nikka, hendur í favn,og siga sum um einki var, ‘jú, jú,eg veit’, ‘eg kundi sagt tað, um eg vildi,’‘eg sigi einki’ og ‘kanska, kanska ikki’ella lata nakað orðið falla um tað, tú veitst um meg; ger ikki tað. So satt sum Harrin hjálpir tær, nú svør tað.

HAMUR: (undir jørð)Svør!

HAMLET: Nú, hvíl teg, neyðars andi. Soleiðis.Eg takki tær so miriliga, ogso fátækur enn Hamlet er, skal einkiresta í, sum eg kann gera fyrivinskap tín, um Gud vil. Kom vit fara;og minst til: fingrarnar á varrarnar.Tí tíðin er av lagi, tað er satt;mín lagna er at venda henni rætt.Nei, kom avstað.

Fara.

33

Page 34: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

ANNAR TÁTTUR

MYND I:

Heima hjá Polonius.Polonius og Reynaldo koma.

POLONIUS: Gev honum pengarnar og hesi skjøl. 21

REYNALDO: Tað skal eg, tygum.

POLONIUS: Tað hevði verið sera klókt, Reynaldo,um áðrenn tú hann hittir, spyrt teg fyrium hvussu hann nú skikkar sær.

REYNALDO: Tað skal eg.

POLONIUS: Væl sagt, so sera væl, tað má eg siga.Og spyr hvat er av dønum í París,og hvussu, hví, og hvørjir, hvar teir búgva,og hvat teir havast at og hvuss’ teir liva.Og fært tú greiðu á við spurningumat onkur kennir son mín, spyr so nærri,tó ei við opnum spurningum, men sigtú kennir hann eitt sindur; sig tildømis:‘Kenni pápan, kenni hansar’ vinir,veit um hann’ – skilir tú, hvat ætlan er?

REYNALDO: Jú, tygum, skilji væl.

POLONIUS: ‘Veit um hann.’ Legg afturat: ‘men ikki nógv,um tað er hann, eg haldi, er hann villur,óflýggjaligur so og so –‘ og finn sookkurt, tú kanst leggja á hann, tóei ærumeiðandi, nei, ansa eftir,bert slíkt forherðað og óskikkiligtsum vanligt er hjá ungdómi, ið sloppinleysur er.

34

Page 35: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

REYNALDO: At spæla kort um pengar?

POLONIUS: Ja, ella drekka, berjast ella bannað,klandrast, horast – men ei meir enn tað.

REYNALDO: Men er tað ikki ærumeiðandi?

POLONIUS: Á nei, um bert tú leggur orðini,so ei hann kemur í ringt orð, sum umein horkallur hann er – tað var ei taðeg meinti; nevn bert onkur lýti, sumhjá fólki tykist bert sum ungdómslótir,tað sum stendst av, tá heilin er ov heiturog blóðið ei er spekt, men enn er vilt,tað er jú púra vanligt.

REYNALDO: Men, sig mær, tygum –

POLONIUS: Hví er hetta neyðugt?

REYNALDO: Júst so, eg vildi gjarna vita tað.

POLONIUS: Ætlan mín er hendan –og eg haldi sjálvur hon er snild –á son mín setur tú teir smáu blettir,sum varð hann bara dálkaður av brúki.Legg tá til merkis, tann tú tosar við,sum kanska hevur sæð tey nevndu misbrot,tú legði unga mannin undir; hesintrúgv mær, verður samdur við tær sigur:‘Hoyr meg’, ella ‘tú, hann sjálvur’ ella‘vinurin’, alt eftir hvaðani hann er og orðalagnum har.

REYNALDO: Eg skilji.

POLONIUS: Og so fer hann – hann fer – hvat var tað nú?Hvat var tað sum eg ætlaði at siga?Hvar var eg?

35

Page 36: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

REYNALDO: ‘Trúgv mær, verður samdur við tær.’

POLONIUS: Ja, ‘trúgv mær, verður samdur við tær,’ júst so.Hann sigur so: ‘Eg kenni henda mann,í gjár eg sá hann,’ ella ‘fyrradagin’,tá og tá, við tí og tí, ‘og jú,teir spældu kort um pengar,’ ‘hann var fullur,’‘hann var í bardaga,’ ja, ella kanska‘eg sá hann fara inn á sølutorgið’ –tú skilir, horuhús tað meinast við.So sært tú,við lygn sum agn vit fiska sannleiks síl; 22

jú, vísdómur og royndir skulu tilat snúgva sær og finna skeivar leiðir,ið leiða á ta røttu leið. So núvið hesum ráðum leita son mín upp.Tú skilir meg?

REYNALDO: Jú, tygum.

POLONIUS: Góða ferð.

REYNALDO: Farvæl.

POLONIUS: Legg væl til merkis alt, sum hann fæst við.

REYNALDO: Tað skal eg.

POLONIUS: Og síggj til, hann venur tónleik.

REYNALDO: Eg geri tað.

Reynaldo fer.

POLONIUS: Farvæl.(Ofelia kemur.)

Ofelia, hvat er, hvat bagir?

OFELIA: Pápi, eg bleiv so ræðuliga bangin.

36

Page 37: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

POLONIUS: Fyri hvørjum, í Guds navni?

OFELIA: Eg sat á mínum kamari í áðniog seymaði tá Hamlet kom; hann gekkvið skjúrtuni opnari, hattleysur, og skitnartveittust hosurnar um leggirnar;andlitið eins kritahvítt og skjúrtan,knøini skulvu, bráið var so óttsum var hann sleptur út úr heljumat siga mær um ræðuleikar har. 23

POLONIUS: Ørur av kærleika?

OFELIA: Tað veit eg ikki,men eg óttist tað.

POLONIUS: Hvat segði hann?

OFELIA: Hann tók um skøvningin og helt mær fast;strekti armin, hina hondinaá pannuni, og stardi so at mærsum um hann vildi avrita mítt andlit.Leingi stóð hann so, og síðan ristihann mín arm eitt sindur; tríggjar ferðirnikkaði hann soleiðis, og síðansuffaði so tungliga og syrgið,at tú kundi hildið bringan sprongdist og hann doyði. Síðan slepti hann,og fór, men stardi aft’rum øksl at mær,sum fann hann vegin uttan eygu, tí tey hjálptu honum ei til hurðina,men stardu bara lýsandi at mær.

POLONIUS: Kom við; eg fari beint at hitta kong.Hetta er tann ørskapur, ið stendstav kærleika; so ógvisligur er hann,hann týnir sjálvan seg og noyðir viljan at fara undir høpisleysar gerðir,sum ofta er við slíkum ovurhuga.Spell, at tað skuldi henda tær. Men hevurtú kanska okkurt sagt, ið kundi øst hann?

37

Page 38: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

OFELIA: Nei, men sum tú jú baðst meg, havi egei tikið móti brøvum, havi noktaðat hitta hann.

POLONIUS: Tað hevur gjørt hann øran.Fyrigev mær; skuldi tikið hanní álvara; eg helt tað vera fjas,bert lótir – skommin eigi mína mistrúgv!Gudsdoyð, tað líkist okkum gomlu at gangaog halda bæði hetta og hatta, eins ogtað líkist teimum ungu ei at dugasær hógv. Kom við, nú fara vit til kong;Jú, alt skal fram; ei verða burtur tagt.Tað ger alt verri, verður tað ei sagt.Kom.

Fara.

38

Page 39: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

MYND II:

Ein høll á borgini.Claudius, Gertrud, Rósinkrans, Gyllinstorn og onnur.

CLAUDIUS: Vælkomnir, Rósinkrans og Gyllinstorn. Afturat tí, at vit vildu hitta tykkumso hava hjálp vit fyri neyðini.Tit munnu hava okkurt hoyrt um Hamletog hvussu hann er hamskiftur – tað rópavit tað, hann er ei tann sami meir,í hvørki sinni ella skinni. Hvattað so kann vera, annað enn hans faðirsdeyði, sum so púra hevur broytt hann,skilir eingin. Tí vit biða tykkum –vaksnir upp við honum eru, kennahansar vanar so sum javnaldrar –at verða her hjá okkum eina tíð;í samveru við hann tit kanska fáaokkurt við, sum vit ei kunnu vita,um hvat er galið, og um okkurt ervit kunnu gera til at hjálpa honum.

GERTRUD: Hann hevur ofta tosa nógv um tykkum,og ongum øðrum, ivist eg ei í,er hann so knýttur at. So um tit viljagera okkum henda beina, verðaeina tíð her, hjálpa okkar’ vón,vit løna tykkum sum tað sømirkongi.

RÓSINKRANS: Tygar’ hátignir, vit eruundir tygar’ valdi, tygum nýtistei at spyrja, bert at geva boð.

GYLLINSTORN:Vit akta, sum tað sømir seg, og faraat geva okkum upp til tykkar’ ynski,vit leggja her við føtur tykkaravár tænastu.

39

Page 40: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

CLAUDIUS: Takk, góði Rósinkrans og Gyllinstorn.

GERTRUD: Takk, Gyllinstorn og góði Rósinkrans.Eg biði tykkum, beinanvegin fariðtil illastadda son mín. Farið við,og vísið teimum beina leið til Hamlet.

GYLLINSTORN:Himmalin skal hjálpa okkum athjálpa honum sum vit kunnu.

GERTRUD: Amen.

Rósinkrans og Gyllinstorn fara, saman við einum tænara.Polonius kemur.

POLONIUS: Vár sendimenn nú aftur eru komnirúr Noregi, vælnøgdir.

CLAUDIUS: Sum altíð, faðir at góðum tíðindum.

POLONIUS: Eri eg, mín harri? Eg kann vissatygum um, mín skylda er sum sál mín,bæði tæna Gudi eins og kongi.Og annars: um ei gamli heili míner ei so snúðin meir í politikkisum fyrr, so haldi eg, eg havi funniðgrundina til ørskapin hjá Hamlet.

CLAUDIUS: Sig frá, sig frá, tað vil eg gjarna hoyra.

POLONIUS: Lat sendimenn nú fáa fyrsta rætt,og mítt, tað verður frukt til omaná.

CLAUDIUS: So bjóða tú teim bara inn til borðs.(Polonius fer)

Hann sigur, góða Gertrud, at hann veithví sonur tín er vorðin sum hann er.

GERTRUD: Eg giti, grundin er tann sama enn:pápin deyður, okkar’ kvika brúðleyp.

40

Page 41: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

CLAUDIUS: Lat okkum hoyra hann.(Polonius, Voltimann og Kornelius koma)

Vælkomnir, vinir.Nú, Voltimann, hvat sigur bróður Noreg?

VOLTIMANN:Hann heilsar tygum aftur, og tey ynskivit bóru honum, setti hann í verk.Hann helt, at bróðursonur búði segtil stríð mót póllendingum, men tá beturkannað var, hann skilti at tað varein herferð móti tygum; tað var honummikil sorg at veikleiki og elliog sjúka vóru misnýtt soleiðis;hann stevndi Fortinbras, sum møtti upp,og fekk av kongi stranga átalu;at enda svór hann fyri farbróðirat ikki senda herlið hendanvegin.Og gamli kongur, nøgdur, lovaðieitt árligt gjald, trý túsund krónur, tilat búgva herlið móti póllendingum við hermonnum, hann áður hevði savnað.Hann biður tí um loyvi – her er skrivið –

(Rættir Claudius eitt skriv.)til fría ferð hjá Fortinbras og monnumígjøgnum ríkið tygara til hettaendamál, 24 við trygdum og við skyldum,sum standa her.

CLAUDIUS: Tað dámar okkum væl.Og tá vit hava betri tíð, vit skululesa, hugsa, taka eina avgerð.Ímeðan, takk, tit báðir, fyri stríðið.Far, hvílið tykkum, veitsla er í kvøld.Vælkomnir heim.

Voltimann og Kornelius fara.

POLONIUS: So væl varð hetta endað.Nú, tygum, tað, at greiða beinleið’s fráhvat ríkisvaldið er, hvør skylda er,

41

Page 42: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

hví dagur dagur er, nátt nátt, og tíð er tíð,tað var at spilla dag og nátt og tíð.At gera skjótt av, tað er vísdóms sál,at breiða seg er bara útvortis,eg geri skjótt. Nú, prinsurin er ørur.So sigi eg, tí skal ein greina ørsku,hon er ei annað enn at vera ørur.T’er tað.

GERTRUD: Nú, minni list og meira týdning.

POLONIUS: Eg svørji, tygum, brúki onga list.Hann ørur er, t’er satt, t’er satt, t’er spell;og spell at tað er satt. Tað ljóðar býtt –so burt við tí, eg brúki onga list.Vit siga: ørur er hann. Eftir erat skilja grundina til hetta skil.Nei, skilja grundina til hetta óskil,tí skil ei missir skilið uttan grund.So eftir er; tað sum er eftir so.Gevið gætur:Eg eigi eina dóttir – enn, sum er –sum aktar meg og lurtar, og hon gav mærhetta: hoyri nú og lurti væl.

(lesur)‘Til tað himmalsku, sálardís mína, allarvakrasta Ofelia –‘

nei, vánaligt, vánaligt orð; ‘allarvakrasta’ er ljótt, tað má eg siga; men, nú lurta:(lesur)hetta skal leggjast við tín mjúka, hvíta...’

og so framvegis.

GERTRUD: Hamlet sendi hatta?

POLONIUS: Orsaka, gev tol; eg lesi meira:(lesur)‘Ivast kanst tú í, at stjørnur lýsa; Ivast í at sólin flytir seg;

Hvørjum lygnum sannlekin man hýsa;Ivast aldrin í: eg elski teg.

42

Page 43: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

Góða Ofelia, eg eri einki skald. Eg dugi ei tað list at telja míni suff; men at eg elski teg mest, ja, allarmest, tað mást tú trúgva. Farvæl. Altíð tín, so leingi hesin kroppur gongur, Hamlet.’

Sum lýðin dóttir er, hon gav mær hetta.Øll kærleikstekin, sum hann hevur givið,hvar og nær og hvussu eisini, hon greidddi frá.

CLAUDIUS: Men hvussu tók hon mótihansar kærleika?

POLONIUS: Hvør eri eg?

CLAUDIUS:Ein maður, rættvísur og trúgvur.

POLONIUS: Jú,tað vóni eg og royni eg. Men hvathøvdu tygum hildið so, um egsá henda heita kærleika – og satter tað, eg visti um tað áðrenn dóttirsegði nakað – ja, hvat høvdu tygum,ella frúan, sagt um eg bert spældiskriviborð og bók og lat sum einki,og blindan, dumban við, eg gjørdi meg,lat alt bert fara mær so lúkst framvið, hvat høvdu tit tá sagt? Eg legði í vaðið,og segði so við gentubarnið: ‘Hoyr,ov høgur Hamlet er, hann er ein prinsur,so halt uppat!’ Og síðan gav eg boðum ei at hitta hann og ei at gevabrøvum hansar’ ans og heldur ikkitaka móti nøkrum; so hon gjørdi.Hann tók tað ikki væl – um eg kann gera skjótt av – syrgin varð hann, gavst at eta,lá í andvekri, alt sjúkari,alt veikari, og síðani hann datt í henda ørskap sum hann gongur í,sum vit øll syrgja um.

CLAUDIUS: Hvat heldur tú?

43

Page 44: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

GERTRUD: Jú, tað kann vera, tað er so.

POLONIUS: Havi eg nakrantíð – sig mær, um so er –sagt at ‘soleiðis er tað’ og so ikkifingið rætt?

CLAUDIUS: Nei, ikki sum eg minnist.

POLONIUS: (peikar á høvdið og hálsin)Hetta høgg frá hesum er tað ei so!Kann eg koma fram á onkra slóð,so skal eg finna sannleikan, um sohann grivin er í jørð.

CLAUDIUS: Hvat gera vit?

POLONIUS: Tit vita jú, viðhvørt hann gongur herog melur fleiri tímar.

GERTRUD: Jú, hann ger.

POLONIUS: Og eina slíka løtu skal eg sleppadóttur míni inn; vit standa fjaldir;síggja alt, og elskar hann ei hana,er tað ei grundin til hans ørsku, soskal eg ei hava starv í ríkinummen blíva bóndi.

CLAUDIUS: Ja, vit royna hetta.

Hamlet kemur.

GERTRUD: Her kemur neyðardýrið jú, við bók.

POLONIUS: Far burtur bæði, krógvið tykkum skjótt;eg loypi beint í krovið!

(Claudius og Gertrud fara ) Góðandag,

og hvussu stendur til hjá prinsinum?

44

Page 45: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Jú, bara væl.

POLONIUS: Og kenna tygum meg?

HAMLET: Jú, væl. Tú selur fisk. 25

POLONIUS: Nei, ikki eg.

HAMLET: So vildi eg tú vart so erligur ein maður.

POLONIUS: Erligur?

HAMLET: Júst so. At vera erligur í hesi verð er sum at vera ein av tíggju túsund.

POLONIUS: Tað er rætt.

HAMLET: Tí sólin kyssir deyðan hund á gøtuni, og ger hann uppá vegin tá við maðkum – eigur tú eina dóttir?

POLONIUS: Tað geri eg.

HAMLET: So lova henni ikki út í sólina; at eiga er vælsignað; hvat at eiga, tað er nakað annað. Ansa eftir.

POLONIUS: (fyri seg sjálvan)Hvat siga tit um hetta? Tosar enn um dóttir mína, men hann kendi meg nóg illa, segði meg selja fisk! Nei, her er lítið skil; eg sjálvur minnist í ungdómi av kærleika eg píndist, eins og hann ger. Nú, eg tosi við hann aftur – Hvat er tað, tygum lesa?

HAMLET: Orð, orð, orð.

POLONIUS: Men hvat er innihaldið?

HAMLET: Heldur nakran nøkrum inni?

POLONIUS: Eg meini, innihaldið í tí, tygum lesa?

HAMLET: Tað bera sleyg; tí hesin skemtarin hann sigur her, at gamlir menn teir hava grátt skegg, rukkut andlit, og úr eygum teirra rennur harpiks ella gummi-sevja, og teir hava í ovurmát av býttheit, hartil veikar leggir; eg trúgvi øllum hesum fult og fast,

45

Page 46: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

men eg má siga, eg haldi ei tað skuldi skrivast niður, tí tú, hann sjálvur, hevði verið so gamal sum eg, um tú eins og ein krabbi dugdi at bakka.

POLONIUS: (fyri seg sjálvan)Svakligt, jú, men skil er í. Nei, kom, so øgiligur gjóstur, lat okkum fara niðurundir.

HAMLET: Í grøvina?

POLONIUS: (fyri seg sjálvan)Ja, har er eingin gjóstur. So hittinorðaður hann er! Undarligt, at sinni sum er sjúkt, kann ofta raka rætt, nógv betur enn vit frísku høvd so ofta duga. Nú, lat hann fáa frið, og so skal leggjast ráð um hvussu hann kann hitta dóttir mína. – Nú fari eg, tygum, at biðja tygum góðanátt.

HAMLET: Biðið tygum um hvat tygum vilja; eg vildi einki heldur givið enn lívið sjálvt, enn lívið sjálvt, enn lívið sjálvt.

POLONIUS: So, góðanátt.

HAMLET: Troyttandi, gomlu býttlingar.

Rósinkrans og Gyllinstorn koma.

POLONIUS: Tit leita eftir Hamlet? Hann er har.

RÓSINKRANS:Takk fyri, tygum.

Polonius fer.

GYLLINSTORN:Nú, góði vinur.

RÓSINKRANS:Góðandagin, tygum.

HAMLET: Mínir gomlu vinir! Gyllinstorn, hvussu stendur til! Og Rósinkrans! Nú, hvussu stendur til hjá tykkum báðum?

RÓSINKRANS:Jú, sum tað kann hjá heimsins børnum.

46

Page 47: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

GYLLINSTORN:Glaðir fyri at ikki vera alt ov glaðir. Eingir fjaðrar í hattinum á eydnuni.

HAMLET: Men ikki undir fóti hennar heldur?

RÓSINKRANS:Heldur ikki, nei.

HAMLET: Tit sita kanska bleytt á lørunum hjá henni?

GYLLINSTORN:Jú, inn í millum, meir enn so.

HAMLET: Millum lørini á eydnu? Ja, tað er vist, hon er ein hora. Annars, nakað nýtt?

RÓSINKRANS:Einki, annað enn at verðin er vorðin erlig.

HAMLET: So er dómadagur nær; men hatta passar ikki. Lat meg spyrja, hvat hava tit, vinir, gjørt ímóti henni, so eydnan sendi tykkum í fongsul?

GYLLINSTORN:Fongsul?

HAMLET: Hetta landið er eitt fongsul.

RÓSINKRANS:So er allur heimurin eisini.

HAMLET: Júst so; eitt stórt, við mongum klivum, búrum og hundaholum. Og Danmark er tað ringasta holið.

RÓSINKRANS:Tað halda vit nú ikki.

HAMLET: So er tað ikki tað hjá tykkum; tí einki er gott ella ringt í sjálvum sær, tað er bara tað, tú gert tað til: hjá mær er hetta eitt fongsul.

RÓSINKRANS:So má tað vera ærusjúka tín, sum ger tað tað; her er ov trongligt fyri teg.

47

Page 48: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Á Gud, eg kundi verið læstur inni í einum nøtuskali og sagt meg verið konga yvir óendaligu rúmd – um ei eg hevði havt so ringar dreymar.

GYLLINSTORN:Og slíkir dreymar eru ærusjúka, tí ærusjúkan er jú einki annað enn skuggin av einum dreymi.

HAMLET: Ein dreymur í sær sjálvum er jú bert ein skuggi.

RÓSINKRANS:Akkurát, og eg haldi ærusjúku hava líka lítið uppá seg sum skuggin av einum skugga.

HAMLET: So eru biddarar teir sum hava kropp, og okkara kongar og uppgjørdu hetjur bert skuggar av biddarum. Skulu vit fara? Eg fái ikki skil á nøkrum her.

GYLLINSTORN, RÓSINKRANS:Vit eru til tygara tænastu.

HAMLET: Ikki talan um. Eg fari ei at rokna tykkum millum húsfólki, tí skal eg siga tykkum akkurát sum er, tað er ræðuligt, sum tey ansa eftir mær.26 Men sig mær, sum teir vinir, ið tit eru, hví eru tit nú komnir higar?

RÓSINKRANS:At vitja teg; ei nøkur onnur grund.

HAMLET: Biddari sum eg eri, eg eigi bara fátækar tøkkir, men eg takki tykkum. Mín tøkk, góðu vinir er tó ikki meir enn eitt oyra verd. Eru tit ikki boðnir? Komu tit av tykkum sjálvum? Var tað tykkara egna hugskot? Kom nú, tosa frítt við meg: kom, kom. Nei, tosa.

GYLLINSTORN:Um hvat?

HAMLET: Ja, tað tað snýr seg um var væl tað minsta.27 Tit vóru boðsendir; eg síggi tað á tykkum, og samvitska tykkara dugir ikki at fjala tað nóg væl; eg veit tann góði kongur og drotning hava sent boð eftir tykkum.

RÓSINKRANS:Men hví, til hvat?

48

Page 49: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Tað mugu tit siga mær. So lat meg bøna tykkum, og svørja við vár felagsskaps rætt, várt samanhald í ungdóminum, við skylduna, ið vinalag ber í sær, og við hvat ein betri talari kundi funnið uppá at svorið við, tosið beint fram, sigið mær, vóru tit boðsendir ella ei?

RÓSINKRANS: (til viks, við Gyllinstorn)Hvat heldur tú?

HAMLET: (fyri seg sjálvan)So, so, eg skal hava eyguni eftir tykkum.

(við hinar)Leggja tit nakað í meg, sigið so frá.

GYLLINSTORN:Jú, tygum, vit vórðu boðsendir.

HAMLET: Og eg skal siga tykkum hví; so sleppa tit undan at siga nakað, og tagnarskyldan hjá tykkum mótvegis kongi og drotning verður ikki skalað. Í seinastuni havi eg – eg veit ikki hví – gloymt allan stuttleika, mist allan hug til ítrótt; og lagið er blivið so ringt, at sjálvt tað mikla bygningsverkið jørðin tykist mær sum eitt oyðið forberg; tað ótrúliga hválvið, rúmdin, himmalin tú sært, sum hongur yvir okkum, henda bæriliga tekja klødd við gyltum eldi, ja, hon sýnist mær sum bara fúl og sjúklig toka. Hygg, menniskja, tað meistarverk! So gløgt og skynsamt; markleyst í sínum evnum; í skapi og rørslum sum ein eingil; í fatan sum ein gudur; krúnan á skapanarverkinum, fyrimynd hjá øllum livandi. Men kortini, hjá mær, hvat er hesin innasti kjarni av dusti? Eg leggi einki í menn – og heldur ikki í kvinnur, hóast tú smílist og heldur tað vera tað?

RÓSINKRANS:Nei, álvara, eg hugsaði einki slíkt.

HAMLET: Hví flenti tú so, tá eg segði: ‘eg leggi einki í menn?’

RÓSINKRANS:Eg hugsaði bara, at leggur tú einki í menn, so fært tú ikki nógv burturúr tí undirhaldið, sjónleikarbólkurin kemur við; vit hittu teir á vegnum, teir koma higar og bjóða sínar leikir fram.

HAMLET: Hann, ið spælir kongur skal vera vælkomin, og hansara hátign skal fáa góða løn frá mær; stolti riddarin skal brúka svørð og skjøldur, og elskarin skal ikki suffa fyri einki; hin øri sleppur at spæla sín leiklut í friði, og hin býtti fær tey at flenna,

49

Page 50: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

ið annars flenna at ongum og øllum; moyggin skal sleppa at siga júst tað, hon hugsar – tí annars fer ørindislagið av lagi. Hvørjir eru hesir sjónleikarar?

RÓSINKRANS:Júst teir somu, sum tær plagdi at dáma so væl, leikararnir úr býnum.

HAMLET: Hvussu ber tað til at teir ferðast? Leikhúsið hjá teimum, bæði fyri inntøku og umrøðu, var betri.

RÓSINKRANS:Eg haldi, leikhúsið varð stongt vegna hesi nýggju trygdartiltøk. 28

HAMLET: Eru teir eins væl dámdir, sum tá eg var í býnum? Fólk streyma til?

RÓSINKRANS:Nei, tað er ikki so meir.

HAMLET: Hví ikki? Eru teir rustaðir?

RÓSINKRANS:Nei, teir eru eins góðir og altíð; men har er eitt reiður av smádreingjum, lítlir heykaungar, sum skrenja harðast av øllum, og verða so ógvusliga fagnaðir. Hetta er mótin nú, at smábørn spilla tey gomlu leikhúsini út – soleiðis rópa tey tey – so sjálvt teir, ið ganga við korðu tora ikki at fara í leikhús, so bangnir eru teir fyri fjøðurpennum. 29

HAMLET: Hvat sigur tú, smádreingir? Hvør eigur teir? Hvør gevur teimum løn? Fara teir bara at halda fram, til teir fáa steggjamál? Fara teir ikki at halda aftaná, um teir vaksa til og verða vanligir leikarar – sum teir allarhelst verða, finna teir einki frægari – at teir, ið skriva fyri teir nú, gjørdu teimum órætt, tá teir spiltu út teirra framtíðar yrki?

RÓSINKRANS:Tað hevur, satt at siga, verið nógv øsing í báðum pørtum; og fólk halda tað bara verða stuttligt, at fáa teir at klandrast. Eina tíð hevur eingin leikur loyst seg, um ikki høvundur og leikarar løgdu í krovið á mótstøðumonnunum.

HAMLET: Ber tað til?

GYLLINSTORN: Jú, jú, teir grýta heilar eftir hvør øðrum.

50

Page 51: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Og dreingirnir fara avstað við øllum?

RÓSINKRANS:Ja, so er, bæði Herkules og kúlu hansara við. 30

HAMLET: Tað er nú ikki so løgið; tí farbróðir mín er kongur av Danmark, og tey somu sum flentu at honum tá faðir mín livdi, gjalda nú tjúgu, fjøruti, ja hundrað dálar fyri smáar myndir av honum. Pínadoyð, her er okkurt ónáttúrligt í hesum, sum hugvísindin kundi fingið nógv burtur úr. 31

Lúðraljóð.GYLLINSTORN:

Her koma teir nú.

HAMLET: Mínir harrar, eg bjóði tykkum vælkomnar til Helsingør. Hvar eru hendurnar? Ein eigur at vera bæði kurteisligur og fólkaligur, so lat meg bjóða tykkum rættiliga vælkomnum,

(tekur í hendurnar á Rósinkrans og Gyllinstorn)so tað ikki skal sýnast sum móttøkan av sjónleikarunum fer at tykjast meiri verd enn tykkara. Verið vælkomnir. Men farbróðir pápi og mamma fastir, tey fara skeiv.

GYLLINSTORN:Í hvørjum?

HAMLET: Eg eri bara svakur tá hann er útnyrðingur norðan; liggur ættin í sunnan so síggi eg mun á heyki og haka.

Polonius kemur.

POLONIUS: Nú, góðan dagin, tit.

HAMLET: Hygg, Gyllinstorn, og eisini tú, lurtið væl – ein lurtari við hvørt oyra. Eitt smábarn er her, nóg illa sloppin úr blæðuni.

RÓSINKRANS:Kanska er tað fyri aðru ferð; tey siga, gamlir menn eru tvær ferðir børn.

HAMLET: Einki at ivast í, hann fer at siga mær frá um sjónleikarbólkin; bíða. – Jú, púra rætt, tað var ein mánamorgun, tað er vist.

51

Page 52: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

POLONIUS: Nú, tygum, eg havi tíðindi at bera.

HAMLET: Nú, tygum, eg havi tíðindi at bera. Tá ið Roscius spældi sjónleik fyrr í Romm –

POLONIUS: Sjónleikarar eru komnir, tygum.

HAMLET: Ja, ja.

POLONIUS: Jú, jú, eg svørji –

HAMLET: - og hvør einstakur gekk eftir reyv.

POLONIUS: Bestu leikarar í verð, skal tað verða syrgiligt ella skemtiligt, søguligt, gudiligt, gudiligt-skemtiligt, søguligt-gudiligt, syrgiligt-søguligt, syrgiligt-skemtiligt-søguligt-gudiligt, háfloygdar yrkingar ella leikir lisnir beint fram. Seneca er ei ov tungur, Plautus ei heldur ov lættur. 32 Einki er skrivað, sum teir ikki duga.

HAMLET: Á, Jefta, dómari Ísraels, hvønn skatt átti tú? 33

POLONIUS: Hvønn skatt átti hann?

HAMLET: Jú,‘Eina dóttir von og fínsum hann elskaði høgt.’

POLONIUS: (fyri seg sjálvan)Mølmar enn um dóttur mína.

HAMLET: Er tað ikki rætt, Jefta gamli?

POLONIUS: Um t’er meg tú rópar Jefta, so havi eg dótturog hana elski eg høgt.

HAMLET: Nei, tað var ikki so.

POLONIUS: Hvussu var tað, meðni?

HAMLET: Jú,‘Hvør fekk sín lut,frá harranum Gud,’

52

Page 53: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

og so, veitst tú,‘Alt gekk út,til sorg og sút.’

Fyrsta ørindi í tí heilagu vísuni kann siga tær meir; tí hygg, nú bleiv eg avbrotin av undirhaldi.

(Sjónleikararnir koma)Vælkomnir, góðu menn; vælkomnir, allir. Gott at síggja tykkum. Vælkomnir, góðu vinmenn. 34Á, mín gamli vinur, tú ert blivin gjarvaksin. Ætlar tú at gjara út her hjá mær? Og hygg hon sjálv, frøkunin! Við Mariu moy, tú ert farin ein heilan hæl longur móti himni. So mugu vit vóna, at røddin heldur hæddina, og ikki brotnar mitt á palli sum ein følsk mynt. 35 Meistarar, tit eru vælkomnir. Nú, kom, sum franskir falkamenn, vit leggja beint í vaðið: 36 lat okkum hoyra eitt brot; kom, vís okkum tykkara list; eina góða røðu, kom.

FYRSTI LEIKARI:Hvørja røðu, tygum?

HAMLET: Eg hoyrdi teg lesa eina røðu einaferð, men hon var ongantíð sýnd; ella, um hon var, so ikki meir enn eina ferð, tí leikurin, minnist meg rætt, var einki umtóktur; tað var sum at bjóða bóndum kaviar. Men eg helt – og fleiri við mær, sum hava betri skil enn eg á slíkum – at leikurin var framúr, væl uppsettur, við líka nógvum lítillætni sum skili. Eg minnist ein, ið segði: ikki ov nógv krydd at smyrja týdningin, og ikki týdningur bert til at smyrja høvundan, nei, væl úr hondum greitt, heilstoypt eins og ljómandi, og vakrari enn bara prýði. Har var ein røða, ið mær dámdi serliga væl. Tað er Æneas, ið talar við Dido; 37 og serliga har sum hann tosar um drápið á Priamus; 38 um tú minnist tað, byrja so við hesum: bíða, lat meg síggja

‘Hin villi Pyrrhus, sum ein tikari –‘Nei, hatta er skeivt – tað byrjar við Pyrrhus –

‘Hin villi Pyrrhus har í myrku brynju,myrk sum hansar’ ætlan og sum náttin,fjaldur lá í hestinum í Troja;málað hevði svørtu ásjón sínavið liti meira ræðuligum, døprum;reyður er hann allur, deyðans litur;blóð av faðir, móðir, døtrum, synum,upptornað á sólarsvidnu gøtum,náðileysa glæman vísir áein kong, ið dripin verður; brennandi,í sveita kókandi um kroppin allan,eyguni gløðandi, ræðuligi Pyrrhus

53

Page 54: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

leitar eftir gamla Priamus.’Nú, halt tú fram.

POLONIUS: Guðsdoyð, væl lisið, og væl spælt, góð rødd og úttalan so góð.

FYRSTI LEIKARI: ‘Hann finnur hann,har hann mót grikkum vónleyst stríðist; svørðið,gamalt, vil ei akta hansar’ arm,tað liggur har tað fall; og ójavnurer dystur, tá ið Pyrrhus leggur á;og hvirlan bert av svørði hansar’ sendigamla beint til jarðar; Iljóns múrarsum um teir merkja, bresta tá í logar,og falla í grús við dundri í oyru skar;og júst tá Pyrrhus svørðið setti mótití mjólkarhvíta skalla á hinum gamla Priamus, hann steðgaði sær sjálvum:stóð sum málað skrímsl, sum gloymdi hannætlan sína, mál og mið, helsliginstóð hann bert.Men, sum vit ofta síggja, áðrenn storminstilt er, rørist ei ein ond, teir sterkuvindar tagna, klótan eins og deyð,til ræðuliga toran aftur skræðirhimmalhválvið sundur; Pyrrhus ressast,hevndarhugur vaknar nú av nýggjum;aldri hamari hjá kyklopi fallso tungt á brynjuna hjá Mars, ið smíðaðvarð at halda um ævir, sum tá svørðhjá Pyrrhus, reytt av blóði,, fall á høvurPriamusar.Burt við tær, eydna, hora tín! Og, gudarallir takið megi hennar’, brótieydnuhjólið, bæði gjørð og snældur,sendi tað á rull frá fjallatindibeint til heljar!’ 39

POLONIUS: Hetta var í so langt.

54

Page 55: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Vit senda tað til hárskeran, við skegginum hjá tær. Nú, kom, halt fram – hann vil hava ein dans ella okkurt fúlt, annars sovnar hann. Halt fram; eg bíði eftir at Hekuba kemur. 40

FYRSTI LEIKARI: ‘Men sig, hvør sá, hvør sá tað fjøsutu drotning –‘

HAMLET: Fjøsutu drotning?

POLONIUS: Hatt’er gott! ‘Fjøsutu’, t’er gott.

FYRSTI LEIKARI: ‘Rennandi berføtt aftur og fram, hon hóttieldin, við tár á kinn, og klúti um høvurhar krúnan einaferð sat, við gomlum lakium burðartærda, klæna kropp sín sveipt,ein skeki, sum hon í ræðsluni rykti til sín;hvør tann, ið sá hesa sjón, vildi við eitriá tungu bannað eydnu og hennar vald;um Gudar sjálvir sóu hana har,tá hon sá Pyrrhus’ villa leik við svørðiðog hennar’ mann hann høgdi sundur so,tá átti skríggið, nøtrandi, at fingið,um gudar leggja í okkum so frægt,tey tár úr hvørjum eyga har á himniog Guda samkenslu.’

POLONIUS: Nei, hygg, hann bliknar, og hann tárar við. Nei, nú er gott. Eg orki ikki meir.

HAMLET: Nóg mikið; skjótt tú verður biðin um at lesa restina. (við Polonius)

Nú, kanst tú syrgja fyri at tey fáa alla umsorgan? Hoyrir tú, far væl við teimum, tí tey eru nútíðin í stuttum samandrátti; betri at fáa ljót minningarorð, tá tú ert deyður, enn ringa umtalu frá teimum, meðan tú livir.

POLONIUS: Ja, eg skal fara við hvørjum av teimum sum tað seg sømir.

HAMLET: Nei, gudsdoyð, maður, nógv betur; skuldi hvør maður fingið, sum honum sømir, hvør slapp undan pískinum tá? Far við teimum sum tað sømir seg tíni egnu æru og virðing; minni tey hava uppiborið, størri verður æran hjá tær. Før tey inn.

POLONIUS: Komið hendaveg.

55

Page 56: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Farið við honum. Í morgin fáa vit sjónleik. (tekur Fyrsta leikara til viks)

Hoyr meg, vinurin; duga tit leikin ‘Morðið á Gonzago.’

FYRSTI LEIKARI:Ja.

HAMLET: Hann skulu vit síggja ímorgin. Um tað varð, kundu tit so lært tykkum eina tólv-sekstan reglur eyka, sum eg seti inní, ella hvussu?

FYRSTI LEIKARI:Jú, jú.

HAMLET: Gott. Far nú við hasum gamla; men ikki arga hann. (Polonius og sjónleikararnir fara.)

Góðu vinir, vit síggjast í morgin. Vælkomnir enn einaferð.

RÓSINKRANS: Farvæl, tygum.

HAMLET: Hav tað gott.(Rósinkrans og Gyllinstorn fara)Nú var eg einsamallur.

Áh, vesalingur, trælur, eri eg!Ófatiligt, at hesin leikari,við eini yrking, einum dreymi bert,kann noyða sína sál til slíkar kenslur,at hon fær andlitið at blikna, dregur tárúr eygunum, ger uppsikt øra, røddinstøkkur, allur broytist hann at passajúst til hesa framførslu. Um einki!Hekuba?Hvat er hon fyri hann og hann hjá henni,at hann um hana gráta skal? Men umhann átti mínar grundir, mína kvøl,hvat hevði hent? Hann hevði druknað pallin,sprongt hvørt oyra; einhvør skuldarivarð blivin ørur; skuldarleysi ræddur,og tey, ið einki vistu sótu paff.Hvørt eyga og hvørt oyra skelkað. Meneg sjálvur, veikur, dugnaleysur eri,

56

Page 57: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

ein droymari, eg gloymi mína søk,og sigi einki; einki fyri kongsum misti ríkið, virðing, ja, og lívav fúlum sviki. Eri eg ein lortur?Kallar nakar meg ein fana, slær megí gronina, og rívur skeggið av mær, blæsir tað aftur í eyguni á mær, hálarí nøsina, kallar meg lygnara allan vegniður í hálsin? Ger nakar tað?For svarta! Eg hevði tolt tað, tikið ímóti,tí eg havi hjarta sum dúgva og einki gallat gera lívið beiskt hjá fígginda,tí annars høvdu ravnar etið upptann hundin; helvitis ljóti fani!Fúli, svínski, svikafulli fani!Nei, bert eitt neyt eg eri! Hygg, so djarvt,sonur hjá einum pápa, ið varð myrdur,kallaður til hevnd av bæði himli,heljum við, skal pakka inn í orðsítt hjarta sum ein hora, sum ein mer,ein lortur! Far til helvitis! Nú, hugsa!Eg havi hoyrt, at tey sum sita tilein leik, og eru sek í onkrum, kunnuverða rakt í sálina so hartav listini á pallinum, tey síggja,tey viðganga hvørt brotsverk beinanveg.Eitt morð, tó ei tað hevur tungu, kannsum undurverkið tala. Eg skal fáaí lag ein leik, ið minnir um morðið á pápa,og sýna fyri kongi; prika hann,har ringast svíður, og um bert hann bliknarveit eg vist! Tann sjónin, sum eg sávar møguliga djevul, tí hann dugirat broyta seg og síggja vakur út;og kanska nýtir hann mín veikleika,tí slíkt hann dugir væl, at døma meg til heljar. Eg má vita, hava prógv.So sjónleikurin verður júst tað spælið fanga samvitsku hjá kongi skal.

Fer.

57

Page 58: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

TRIÐJI TÁTTUR

MYND I:

Ein høll á borgini.Claudius, Gertrud, Polonius, Ofelia, Rósinkrans og Gyllinstorn koma.

CLAUDIUS:Men ber tað ikki til við samrøðu at fáa skil á hví hann gongur so, og hvaðan hendan órógv stavar, sumtil vanda er hjá sinni hans’ og sál?

RÓSINKRANS:Hann viðgongur, hann er í ørviti,men vil ei tosa um av hvørji grund.

GYLLINSTORN:Og tá vit spyrja, sleppur hann sær undanSnildur, sum tey øru ofta eru,og ei vit fáa hann at siga nakaðum sína røttu støðu.

CLAUDIUS: Men hann tókímóti tykkum væl?

RÓSINKRANS: Sum tað seg sømir.

GYLLINSTORN:Men eins og noyddi hann seg sjálvan, tó.

RÓSINKRANS:Spurdi einki, men til spurningarso væl hann svarðaði.

GERTRUD: Og góvu titso honum okkurt ítriv?

RÓSINKRANS:Nú var tað so at vit á vegnum hittuein sjónleikarabólk; og tá hann hoyrdi

58

Page 59: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

um hetta, tóktist hann at gleðast nógv.Teir eru higar komnir, og eg haldiat ætlanin er longu nú í kvøldskal verða framførsla.

POLONIUS: Jú, tað er rætt.og eisini hann bað meg bjóða tygumvið til leikin.

CLAUDIUS: Hjartansfegin, og tað gleðir megat hoyra at hann hevur hug til tað.Haldið fram at stuðla honum, birtið uppundir tílíkt, ið kann gleða hann.

RÓSINKRANS:Tað gera vit.

Rósinkrans og Gyllinstorn fara.

CLAUDIUS: Nú, góða Gertrud, far.Vit hava biðið Hamlet koma higar,so hann, sum var tað bara tilvild, kannhitta Ofeliu her.Pápi hennara og eg, sum havarætt at njósnast, fjala okkum sovit síggja, men ei verða sæddir; kunnusíðan døma eftir atburðihjá honum, um t’er kærleiki sum grundin er til hesa sjúku.

GERTRUD: Eg skal fara.Men hoyr, Ofelia, eg ynski soat vakurleiki tín var orsøkintil ørskapin hjá Hamlet; tínar dygdir,til æru fyri bæði, kunnu fáa hann á rætta leið.

OFELIA: Tað vóni eg.

Gertrud fer.

59

Page 60: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

POLONIUS: Nú, gakk tú her, Ofelia – og tygum,vit krógva okkum –les í lestrarbók,tað sýnist betri, tá tú gongur herí einsemi. Jú, tað er ofta so,við andaktsfullu ásjón stroyða sukurvit á sjálvan fanan.

CLAUDIUS: Tað er satt.(fyri seg sjálvan)

Hann rakar beint í mína samvitsku.Ein horukjálki, smurdur inn í reytt,er líka ljótur innanundir; einsog gerðin hjá mær fjalist ei við orðum.Tann ræðuliga byrða! 41

POLONIUS: Eg hoyri hann! Nú, kom, her, afturum.

Claudius og Polonius krógva seg. Hamlet kemur.

HAMLET: At vera ella ikki; tað er tað! 42

Um tað er størri æru vert at tolaskot og steinar órein lagna sendirella fara í hernað móti plágum,í treiskni enda alt? At doyggja – sova.Einki meir. At sovna, harvið endaalla hjartasorg og alla kvøl,ið kjøtið hevur arvað – tað er náðiverd at biðja um. At doyggja, sova.Sova, kanska droyma? Men hatt’ er tað.Tí hvørjir dreymar koma í deyðans svøvni,tá heimsins tungu pløgg vit kasta av?Her ivast vit. Og hesin ivin er júst tað, ið plágar okkar’ langa lív.Hví stríðast móti heimsins strongd og spei,kúgarans harðrenda valdi, spottarans hugmóð,kærleika forgjørdum, rættardrálið,embætisveldis háð, tí vanvirðinghin tolni fær frá tí, ið minni verdurer, tá tú kanst finna friðin hervið blonkum knívi? Hevði nakar orkaat strítt og sveittað seg ígjøgnum lívið,

60

Page 61: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

um ikki óttin fyri tí, ið kemur,tí gátuføra landið, haðan einginspurdist aftur, bergtók viljan, sovit heldur bera byrðarnar vit havaenn flýggja burt til tær, vit ikki kenna.Ivin ger til ræðuskítar øll,og støðufesti, litfagurt og sterkt,tað kámast burt av bara einum tanka.Og ætlanir, so stórbærar og fínar, av hesum tanka fara út av kósog verða sostatt aldri nevndar gerðir.Men tig! Ofelia! Minst til at takamínar syndir við í tínum bønum.

OFELIA: Eg havi ikki sæð teg leingi, hvussu stendur til?

HAMLET: So væl, so væl, so væl.

OFELIA: Eg havi nakrar gávur, sum tú gavst mær,ætlaði at bera tær tær aftur;her, ger so væl.

HAMLET: Eg gav tær aldri nakað.

OFELIA: Jú, tú gjørdi, og tað veitst tú væl;við orðum afturvið, av einum mjúkumanda fødd, ið gávu gjørdi størri;nú er tann angin horvin; tak tað aftur;ríkar gávur missa virðið, tá iðgevarin ei gevur tær av góðsku.Ger so væl.

HAMLET: Ha, ha! Ert tú rein?

OFELIA: Ha?

HAMLET: Og ert tú vøkur?

OFELIA: Hvat meinar tú?

61

Page 62: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: At ert tú bæði rein og vøkur, lat so reinleikan ei tola nakað samband við tín vakurleika.

OFELIA: Kann vakurleikin umgangast nøkrum betri enn reinleika?

HAMLET: Á ja; tí vakurleikin broytir skjótari reinleikan frá tí hann er til skøkju, enn reinleikin kann fáa vakurleikan at líkjast sær: einaferð var hetta púra órímiligt, men tíðin hevur prógvað, at tað er so. Eg havi elskað teg.

OFELIA: Ja, tað fekst tú meg at halda.

HAMLET: Tú skuldi ikki trúð mær; tí reinleiki sleppur ikki framat einum gomlum træi, tað er enn rotið innan. Eg elskaði teg ikki.

OFELIA: Tess meira var eg svikin.

HAMLET: Slepp tær í kleystur:43 hví skalt tú ala upp syndarar? Eg sjálvur skikki mær nøkulunda, men kundi ákært meg sjálvan fyri slíkt, at tað var betri, eg aldri var føddur; eg eri stoltur, hevndarfullur, ærusjúkur, fleiri syndir eigi eg enn eg kann hugsa, havi ei hugflog at geva teimum skap og havi ei tíð at fáa tær gjørdar. Hvat ger eitt sovorðið sum eg, sum krýpur millum himmal og jørð? Vit eru allir samlir bara til fortreð; trúgv ongum. Far í kleystur.44 Hvar er pápi tín?

OFELIA: Heima, haldi eg.

HAMLET: So læs hann inni, so hann ikki gongur sum eitt býtt aðrastaðni enn heima. Farvæl.

OFELIA: Á, himmalin hjálpi honum.

HAMLET: Og um tú giftur teg, tak so hesa banning í heimanfylgju: ver so ósek sum ísur, so rein sum kavi, kortini sleppur tú ei undan slatri. Far í kleystur. Far, farvæl. Og vilt tú endiliga giftast, gift teg so við einum býttum; tí klókir menn vita alt ov væl hvørji horn tit seta í pannuna á teimum.45 Í kleystur, skunda tær. Farvæl.

OFELIA: Harra gud á himli, bjarga honum.

HAMLET: Eg havi eisini hoyrt um, hvussu tit mála tykkum. Gud gav tykkum eitt andlit og tit gera tykkum eitt nýtt; tit dansa og svansa og lespa, og eyknevna Guds skapningar og fáa tykkara flogsutu lótir at sýnast, sum vita tit ikki betur. Gakk burt, eg orki ikki meir av hasum, eg eri blivin ørur av tí. Eg sigi, eingin skal giftast meir; tey

62

Page 63: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

sum longu eru gift, øll uttan ein, skulu liva; restin skal vera sum tey eru. Far í kleystur, far.

Hamlet fer.

OFELIA: Á, tað stórbæra sinni, her er brostið!Í orðum, eygum og við svørði sumein harramaður, hermaður og lærdur;landsins vón og rósa, fyrimyndhjá øllum at spegla sær í – nú púra burtur.Og eg eri eydnuleysasta av kvinnum,sum hunang drakk av hansar søtu orðum,og síggi nú eitt sinn’ so ríkt og skilvíst,farið, skrenja sum ein brotin klokka.Í ungdóms várið, virðiligur, góður,nú oyðilagdur. Ræðuligt tað er,at síggja tað eg sá, og síggi, her.

Claudius og Polonius koma innaftur.

CLAUDIUS: Kærleiki! Nei, tað er ikki tað, ið órógvar; og tað hann segði, hóastfløkjasligt, var ikki bara ørt.Í sál síni hann bølir onkrum tungum.Og tá tað verður klakt, eg stúri fyri,tað eis’ni verður vandamikið; tíeg havi nú í skundi tikið avgerð:vit senda hann sum sendimann til Onglands,at krevja gamla skuld, vit eiga á.Kanska sjógvurin og fremmant land,nýtt útsýni, kann grøða hesa sótt,ið liggur tungt á hjarta hansara,so sinnið stríðist alsamt við seg sjálvt,seg gloymir burt. Hvat heldur tú?

POLONIUS: Jú, jú.Eg trúgvi kortini, at upprunin og grundin til, at hann er syrgin, erkærleiki og hjartasorg. Ofelia,tær nýtist, góða, ei at siga frá, vit hoyrdu alt. Hoyr, tygum, tygum ráða;

63

Page 64: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

tó vildi eg rátt til, at eftir leikinlat móðir hansara í einrúm talavið hann um hvat hann plágar; eg skal sjálvurum tað er í lagi, krógva meg,og hoyra alt. Um ikki hon kann loysamálið, ja, so send hann so til Onglands,ella har, sum tygum finna best.

CLAUDIUS: Tað siga vit. Tá ein, ið høgt er metturverður ørur, tá skal ansast eftir.

Fara.

64

Page 65: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

MYND II

Ein høll á borgini.Hamlet og sjónleikararnir.

HAMLET: Sigi bara orðini so løtt og leikandi, sum eg júst vísti tykkum; tí fara tit at rópa, spæla stórt, sum nógvir sjónleikarar gera, tað kundi eins væl verið ein kunngerðarlesari, ið spældi. Og saga ei heldur luftina sundur við ørmunum, soleiðis; ger alt við máta; tí sjálvt í ringasta harðveðri, stormi – eg kundi sagt sálarhvirluvindi – tit mugu júst gera so mikið av, at alt sær rímiligt út. Á, tað øsir meg í merg og bein at hoyra eitt glantrut reyp í fínari parúkk, sum skræðir kenslurnar í pettir, í smáar bitar, og spreingir oyruni á teimum, ið standa fremst, sum kortini ikki skilja annað enn tápuliga komediu og fjant. Hann skuldi verið flongdur fyri at verið meir fanansligur enn fanin, meir heródiskur enn Heródes; so geri ikki tað.

FYRSTI LEIKARI:Tað gera vit ikki, tygum.

HAMLET: Verið ei ov lítillætnir heldur, men latið kenslurnar vísa tykkum vegin; lagið rørslurnar eftir orðum og orðini eftir rørslum, og ansi eftir, tit ei fara útum tað natúrliga. Tí tað, ið fer útum natúruna, er beinleiðis ímóti tí, ið endamálið er við leiklist, bæði nú og fyrr: at halda, so at siga, einum spegli frammanfyri veruleikanum; at vísa dygdini hennar’ ásjón, skendslinum sína ímynd, og tíðarinnar egnu sál og kroppi sjálvan seg. Um tað er yvirspælt ella undirspælt, so kann tað vera at tey býttu flenna, men tey, ið vilja meir enn fjas, tey syrgja; og ein leikur fyri bara ein av teimum meira verdur er enn eitt heilt leikhús fult av hinum. Á, leikarar eg havi sæð, sum onnur hava róst, ja, upp til skíggja, ikki fyri at vera óreinur, men onkrir dugdu ei sum kristið fólk at ganga ella tosa, og heldur ikki sum heidningar ella yvirhøvur menniskju, men gleivaðu og skrálaðu so illa, at eg helt at menniskjan var skapt av onkrum lærlingi hjá Gudi, og illa skapt afturat, so ræðulig var ímyndin.

FYRSTI LEIKARI:Eg haldi, vit hava slept okkum av við tað ringasta av hasum.

HAMLET: Sleppi tykkum av við alt! Og teir, ið spæla klovnar, lat teir ikki siga meir, enn tað, ið stendur skrivað; teir flenna ofta at sær sjálvum, so teir kunnu seta gongd á fólk og fáa tey at flenna, og so kanska er ein partur av leikinum sum tey ikki fáa við.

65

Page 66: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

Tað líkist ongum, bara neyð og eymkan eftir at gera seg upp. Farið og geri tykkum til reiðar. 46

Leikararnir fara. Polonius, Rósinkrans og Gyllinstorn koma.

HAMLET: Nú, hvussu verður? Kemur kongur at síggja leikin?

POLONIUS: Drotningin við, tey verða skjót.

HAMLET: Bið leikararnar skunda sær.(Polonius fer)

Farið tit báðir, og hjálpi at skunda undir.

RÓSINKRANS:Ja, tygum.

Rósinkrans og Gyllinstorn fara.

HAMLET: Hey! Horatio!

Horatio kemur.

HORATIO: Her! Ja, hvat er?

HAMLET: Horatio, tú veitst, eg havi ongan vita um, so rættvísan sum teg.

HORATIO: Á, tig nú.

HAMLET: Nei, t’er ikki bara smikur.Hvat skuldu eg forvænta mær av tær,sum einki eigur annað enn sítt sinniat liva av? Hví smikra ein fátækan mann?Nei, hunangstunga sleikja skal teim fínu,og hongslini í knøunum bert boyggjast,tá tað kann løna seg at lifra, ha?Tí tá ið sál mín slapp at velja sjálv,og lærdi seg at síggja mun á fólki,hon valdi teg sum vin; tí tú ert ein,sum sjálvt í neyð ei líður nakra neyð,

66

Page 67: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

sum alt, ið eydnan sendi, gott og ringt,tók við sama sinnalag. Vælsignað,at hava javnvág millum blóð og vit,ei vera bert ein floyta, eydnan spælirá akkr’at sum hon vil. Gev mær tann mann,sum ei av kenslum bert er stýrdur, hanneg taki til mín, innast í mítt hjarta,so sum eg havi teg. Men nú er gott.Í kvøld tey spæla sjónleik fyri kongi;har er eitt brot, sum líkist tí, tú hoyrdium umstøður, tá pápi doyði. Hoyr meg:Ímeðan tú hyggur at hesum tátti, ansavæl eftir farbróðir, nýt bæði eygu og oyru:og kemur hansar’ fjalda skuld ei framtá hendan røða verður leikt, so var taðeitt spøkilsi úr heljum, sum vit sóu,og illgrunin hjá mær er líka skitinsum Vulkan’s grúgva.47 Hygg væl! Eg skal sjálvurlæsa eyguni á andlit hans,og aftaná vit samanbera, hvatvit hildu okkum síggja.

HORATIO: Ja, og eydnast tað honum at seg burtur stjala, uttan eg síggi, gjaldi eg sjálvur fyri stuldur.

Lúðraljóð og trummur.

HAMLET: Her koma tey øll. Eg má spæla býtt.Finn tær pláss.

Claudius, Gertrud, Polonius, Ofelia, Rósinkrnas, Gyllinstorn og onnur koma. Hermenn við kyndlum.

CLAUDIUS: Nú, góði Hamlet, hvussu livir tú?

HAMLET: Av luft, sum kameleónin,48 livi fínt av luft so full av lyftum; ikki nakað at fita hanaungar við.

CLAUDIUS: Hatta er einki svar; einki at gera við tað, eg spurdi.

67

Page 68: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Einki at gera við tað, eg svaraði, heldur.(við Polonius)

Eg hoyri, tú spældi sjónleik í skúlanum einaferð.

POLONIUS: Jú, tað gjørdi eg; tey søgdu eg spældi væl.

HAMLET: Hvønn spældi tú?

POLONIUS: Eg spældi Julius Caesar, ið varð myrdur; Brutus drap meg, mitt á torginum.

HAMLET: Eg kann ikki torga slíkt. Serur serskøltur at soleiðis særa Caesar. 49 Eru leikararnir til reiðar?

GYLLINSTORN:Jú, tey standa og bíða eftir boðum.

GERTRUD: Kom higar, góði Hamlet, sit hjá mær.

HAMLET: Nei, mamma, her er ein, ið dregur meg sum ein magnetur.

POLONIUS: (við Claudius)Há! Hoyrdu tygum hatta?

HAMLET: (leggur seg við føturnar á Ofeliu)Kann eg sleppa at liggja í tínum fangi.

OFELIA: Nei.

HAMLET: Eg meinti, við høvdinum í fanginum?

OFELIA: Ja.

HAMLET: Helt tú eg meinti okkurt fúlt, ella hvussu?

OFELIA: Eg haldi einki petti.

HAMLET: Tað er gott at halda, tá tú liggur millum gentulør.

OFELIA: Hvat er?

HAMLET: Nei, einki petti.

68

Page 69: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

OFELIA: Tú ert stuttligur.

HAMLET: Hvør, eg?

OFELIA: Ja, tú ert.

HAMLET: Áh, Gud, ja, hvør er stuttligari? Hvat skal ein annað enn bara flenna? Hygg, sært tú, hvussu glað er mamma mín, tveir tímar bara síðan pápi doyði?

OFELIA: Nei, tað eru tveir mánar.

HAMLET: So leingi? So kann fanin ganga í svørtum, og eg fái mær ein skinnfrakka. Harrajesus! Deyður í tveir mánar og ikki gloymdur enn? So er kanska ein vón um, at minnið um ein miklan mann fer at liva longri enn hálvt ár; men so, eg svørji við Mariu moy, so má hann byggja kirkjur, tí annars endar hann sum ruggu-hesturin, sum fekk tað gravskrift: ‘Nei, á, nei, nú ruggu-hestur er gloymdur.’ 50

Lúðraljóð. Ein keipuleikur verður framførdur:Ein kongur og ein drotning; drotningin fevnir hann og hann hana. Hon fer á knæ, og vísir at geva honum dýr lyfti. Hann tekur hana upp og leggur høvdið á háls hennara. Hann leggur seg millum blómurnar; hon sær, at hann sovnar og fer. Nú kemur ein annar maður, tekur krúnuna av, kyssir hana, og stoytir eitur í oyra á konginum og fer so. Drotningin kemur aftur; finnur kongin deyðan og ger tekin um stóra sorg. Drápsmaðurin, saman við øðrum, kemur aftur, tykist at syrgja saman við henni. Líkið verður borið út. Drápsmaðurin fríggjar til drotningina við gávum: hon tykist fyrst at avvísa hann, men at enda játtar hon.Øll fara.

OFELIA: Hvat merkir hetta?

HAMLET: Tað merkir meinar misgerðir; tað merkir misbrot.

OFELIA: Kanska hetta vísti, hvat leikurin fer at vera um.

Frásøgufólk kemur inn.

HAMLET: Tað fer hesin at siga okkum: sjónleikarar duga ikki at halda gák; teir siga altíð alt.

OFELIA: Fer hann at siga okkum, hvat tað var tey vístu?

69

Page 70: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Ja, og alt annað, tú hevur at vísa. Smæðist tú ikki at vísa, so smæðist hann heldur ikki at siga tær, hvat tað merkir.

OFELIA: Tú ert ljótur, ert tú. Eg vil síggja leikin.

FRÁSØGUFÓLK:‘Vælkomin øll, til hetta spæl,sum her á palli sýnast skal,Vit vóna at tit lurta væl.’

Fer.

HAMLET: Var hatta fororð ella innskrivt á einum ringi?

OFELIA: Ja, hatta var stutt.

HAMLET: Sum kvinnukærleiki.

Sjónleikararnir koma á pall. Ein kongur og ein drotning.

KONGUR: ‘Nú Foibus’ vognur ferðir tríati 51

um Neptuns hav og Tellus fór framvið.Og mánar tylvtir tríati um heim,tólv ferðir tríati tann lænta gleimá okkum sendu, síðani tey bond,vit bundu saman, halda enn í hond.

DROTNING: So mangar ferðir sól og máni faraum aftur, so skal okkar kærleik vara.Men vei mær, tú so sjúkur vorðin ert,so følin, bleikur, rædda tú meg gert.Eg óttist um teg, men mín ótti skalei skala teg, eg hjálpi tær so væl.Tí kvinnuást og ótti eru bæðieinki, ella púra út av lagi.Tú veitst so víst, so høgt eg elski teg,eins sterkur leggur óttin seg á meg.Tí minsti ivi ást til ótta ger,og stórur ótti ást so við sær ber.

70

Page 71: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

KONGUR: Mín elskaða, tó skjótt eg fara skal;Mín kraft er viknað, livið ikki væl.Men tú skalt liva eftir her í verð,høgt elskað og so ærað sum tú er.Ein annan mann tú fært –

DROTNING: Nei, góði, tig!Slíkt svik mót tær, og sjálvari mær við.At giftast uppaftur ger bert tað vív,ið tók við sviki fyrra mansins lív.’

HAMLET: (fyri seg sjálvan)Tað reina eitur.

DROTNING: ‘Tann seinna giftan, oftani tað sást,var fyri vinning bert, og onga ást.At drepa mann mín umaftur var tað,at kyssa annan mann í hansar’ stað.

KONGUR: Eg trúgvi tær, í tí tú sigur nú,men mongum brestur ætlan, góða tú.Tær ætlanir, ið vit í minni goyma,sum sýnast sterkar, líka skjótt vit gloyma;sum fruktin hekk á stelkið sínum fast,tá heystið kom, so lætt tann stelkur brast.Tað besta var, um ongantíð vit fátað sum vit okkum sjálvum eiga á.Í kærleika vit lova, hugsa, droyma,í veruleika líka skjótt vit gloyma.Tann megi býr í gleði ella sorg,hon brýtur niður sína egnu borg;har gleðin stórst er, sorgin syrgir verst,skjótt gleðin syrgir, sorgin gleðist mest.Skjótt broytist heimur, skjótt umskiftist verð,skjótt okkar’ kærleiki kann broytast her;til spurning tann vit eiga einki svar:varð lagna ást ella ást til lagnu varð?Tann mikli maður fell, øll skýggja hann,tann fátæki fekk vald, hann vinir vann.So er við ást: hon eydnu eiga má,tí hann, ið eigur alt, hann eigur á,

71

Page 72: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

men hann í neyð, ið søkir hjálp frá hinum,bert ger sær fíggindar úr sínum vinum.Men tað eg vildi siga, mást tú skilja,vár lagna sjálvdan einist við vár vilja.Tær ætlanir, vit hava, farast skjótt,vit hugsa vakurt, men tað endar ljótt.Tú vilt ei giftast aftur enn, men hoyr,tá maður tín er deyður, ætlan doyr.

DROTNING: Tak jørðin mat, tak himmal ljós frá mær,tak svøvn, tak ítriv, stríð, og alt, ið var,ger neyð úr øllum vónum og úr longsli,og ger meg til eitt neyðardýr í fongsli,øll ynski míni bara mótgongd fá,bert bleika gleði eigi øll mín trá,ja, enntá himnasælu frá mær syft,um einkja eg skal aftur verða gift.’

HAMLET: Ræðuligt, um hon breyt hatta lyfti.

KONGUR: ‘Ein dýrur eiður. Góða, gev mær frið,Mín sál er tærd, eg móður eri við,skal stytta dagin.

DROTNING: Ja, nú sov tú væl,ei nakað millum okkum koma skal.’

Drotningin fer,Kongurin sovnar.

HAMLET: Nú, frúan, hvussu dámar tygum leikin?

GERTRUD: Eg haldi, konan lovar í so nógv.

HAMLET: Men hon man fara at halda orð.

CLAUDIUS: Kennir tú leikin? Vónandi er hann ikki stoytandi?

HAMLET: Nei, nei, t’er bara spæl – tey spæla bara gift. Yvirhøvur einki stoytandi.

CLAUDIUS: Hvussu eitur leikurin?

72

Page 73: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Rottufellan – bæði rátt og fellur eisini væl! Hann er um morð sum framt var einaferð í Wien – Gonzago eitur hertogin, og kona hans’ Baptista – tit fáa skjótt at síggja. Leikurin er um reinan óreinskap, men tað hevur einki við okkum at gera, tygara hátign og okkum onnur, ið hava góða samvitsku. Ein skammriðin hestur sparkar ofta, men hvat rakar tað okkum?

(Á pallinum kemur ‘Lucianus’ inn.)Hetta er Lucianus, bróðursonur kongs.

OFELIA: Tú hevði verið góður frásøgumaður.

HAMLET: Eg kundi sagt frá millum teg og elskaran, um eg sá dukkurnar dansa.

OFELIA: Roynir tú at stinga meg?

HAMLET: Tú hevði stuna, um eg skuldi stungið í teg.

OFELIA: Betri, og eisini verri.

HAMLET: Gott og ilt, er tað ikki at vera gift? Kom nú, mordari; halt uppat at skapa tær og byrja. Kom nú.‘Hin hási ravnur gorrar hart um hevnd.’

LUCIANUS: ‘Svørt sál, løtt hond, sterk gift og rætta løtan;nú eingin sær meg, púra greið er gøtan.Tú eiturbryggj, av náttarurtum blandað,og trýfalt bannað, av Hekatu52 gandað,nú virka, svarta bland, og virka vælog enda hetta lívið skjótt tú skal.’

Stoytir eitur í oyra á tí sovandi.

HAMLET: Hann eitrar hann í garðinum fyri at fáa ríkið. Hann eitur Gonzago. Søgan er upprunaliga skrivað á tí fínasta italienska; nú fara vit at síggja, hvussu hann fær konu Gonzago.

OFELIA: Kongur reisist.

HAMLET: Ha, bangin fyri leysakrúti?

GERTRUD: Er alt í lagi?

73

Page 74: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

POLONIUS: Steðgið leikinum.

CLAUDIUS: Gev mær ljós! Út!

POLONIUS: Ljós, ljós, ljós!

Øll fara uttan Hamlet og Horatio.

HAMLET: ‘Lat særdan hjørt á skógi grátaHin, ið undan slapp kann spæla særTí summi liva, summi lívið látaSo lagnan er hjá bæði tær og mær.’

Hevði ikki hetta, og nakrar fjaðrar í hattin, um alt mítt ríkidømi fór av turkanum til, og franskar rósur á randaðan skógv, hevði tað ikki ognað mær part í einum leikhúsi?

HORATIO: Hálvan part.

HAMLET: Nei, heilan, tú.‘Tað veitst tú, Daimon, góði tú,várt ríkið líðir svárt.Vit mistu Zeus. Til konga nú,vit hava bert ein – ein páfugl.’

HORATIO: Tú kundi havt rímað. 53

HAMLET: Á, góði Horatio, eg vildi vedda túsund pund uppá at hamurin tosaði satt. Sást tú?

HORATIO: Eg sá væl.

HAMLET: Tá ið eiturið varð nevnt?

HORATIO: Jú, eg sá hann væl.

HAMLET: Lat okkum fáa tónleik! Inn við floytunum!Ikki tí komedian var long,men hon var bara einki fyri kong.

Kom nú, tónleik.

Gyllinstorn og Rósinkrans koma.

74

Page 75: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

GYLLINSTORN:Orsaka, men kann eg fáa eitt orð á teg.

HAMLET: Tú kanst fáa ein heilan fyrilestur.

GYLLINSTORN:Nú, kongur –

HAMLET: Ja, hvat um hann?

GYLLINSTORN:Hann er farin, tí hann var so etandi –

HAMLET: Skít?

GYLLINSTORN:Nei, etandi óður.

HAMLET: So átti tú heldur at sent boð eftir lækna; tí, um eg skuldi roynt at fingist við hann, tað hevði bara gjørt hann óðari.

GYLLINSTORN:Hevði tú vilja tamt tíni orð eitt sindur, og ikki lopið so langt frá evninum.

HAMLET: Eg skal skikka mær; tosa.

GYLLINSTORN:Drotningin, mamma tín, í svárari sálarneyð, sendi okkum til tín.

HAMLET: Tit skulu vera so sera vælkomnir.

GYLLINSTORN:Nei, orsaka, men hatta er ikki at skikka sær rætt. Um tú vilt svara sinniliga, geva vit tær boðini frá henni. Um ikki, so orsaka, so venda vit aftur og so einki meir um tað.

HAMLET: Tað kann eg ikki.

RÓSINKRANS:Hvat?

75

Page 76: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Svara tykkum sinniliga; eg eri jú sinnissjúkur. Men, eg skal svara tykkum so sum eg kann, ella heldur, sum tit siga, svara mammu; so ei meira møsn, men beint til málið: mamma mín, sigur tú –

RÓSINKRANS:Jú, hon sigur soleiðis: hon undrast og hon ivast nógv um atburð tín.

HAMLET: Ein undurfullur sonur, sum kann fáa mammu sína at undrast! Og er einki framhald av hesi móður-undran? Sig frá!

RÓSINKRANS:Hon vil tosa við teg í kamarið sínum, áðrenn tú leggur teg.

HAMLET: Vit skulu akta, var hon so tíggju ferðir móðir okkara. Hava tygum meir við okkum at gera?

RÓSINKRANS:Einaferð helt tú nógv um meg.

HAMLET: Tað geri eg enn, við hesum røvarunum. 54

GYLLINSTORN:Men hvat er grundin til títt ringa lag? Tú læsir teg sjálvan inni, um ikki tú vilt lata vinir tínar hoyra um tínar sorgir?

HAMLET: Tað er tað, at eg verði hildin aftur.

GYLLINSTORN:Hvussu kanst tú vera tað, tá kongur sjálvur hevur sagt, at tú ert eftirmaður hansara?

HAMLET: Jú, men, tú veitst, ‘Meðan grasið grør –‘ 55 Nei, hatta orðatakið er nakað mogið.(Leikararnir koma inn við floytum)

Á, floyturnar! Lat meg síggja eina. Kom burturfrá – hví melur tú um meg soleiðis og snoddar, ætlar tú at fáa meg at detta í felluna?

GYLLINSTORN:Eri eg ov framligur, so er tað bert av góðsku.

HAMLET: Hatta skilji eg ikki. Spæl mær okkurt á floytuna.

76

Page 77: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

GYLLINSTORN:Eg dugi ikki.

HAMLET: Jú, góði!

GYLLINSTORN:Trúgv mær, eg dugi ikki.

HAMLET: Jú, álvara.

GYLLINSTORN:Eg veit ikki, hvussu eg skal handfara hana.

HAMLET: Tað er so lætt sum at lúgva; tú leggur fingrarnar á hesi holini, blás í hana, og vakrir tónar koma úr. Hygg, hetta eru klaffarnir.

GYLLINSTORN:Men eg fái ongan tónleik burturúr; eg dugi ikki at spæla.

HAMLET: Skilir tú nú, hvussu virðisleysan tú gert meg? Tú roynir at spæla uppá meg; tú heldur teg kenna mínar klaffar; tú vilt slíta hjarta úr mínum loyndarmálið; tú vilt lokka tónar úr mær, frá lægsta bassi til hægsta hvin; og her er nógvur tónleikur, vøkur rødd, í hesi lítlu pípu, men hana fært tú ikki at tosa? For helviti, heldur tú meg vera lættari at spæla uppá enn eina floytu? Kalla meg hvat ljóðføri tú vilt, tú kanst skrúva meg og stilla meg, tú fært ikki spælt uppá meg.

(Polonius kemur)Guds friður, tygum.

POLONIUS: Drotningin vil fegin tosa við teg, nú í stundini.

HAMLET: Sært tú hatta skíggi, sum líkist einum kameli?

POLONIUS: Ja, píkasjey, kameli líkist tað.

HAMLET: Eg haldi tað líkist meira eini rottu.

POLONIUS: Jú, ryggurin er sum á rottu.

HAMLET: Ella sum á einum hvali?

77

Page 78: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

POLONIUS: Líkist nógv einum hvali.

HAMLET: Eg skal fara til mammu beinanveg. (fyri seg sjálvan)

Teir gera meg bara svakari enn svakan.Eg komi beinanveg.

POLONIUS: Eg skal bera boðini.

Polonius fer.

HAMLET: ‘Beinanveg’ er lætt at siga. Farið nú, vinir.(Øll fara uttan Hamlet)

Nú nornutímin leggur seg um nátt,tá kirkjugarðar gapa, anda úr særheljar smittandi royk um alla verð.Eg kundi drukkið blóð, og ræðsluverkeg kundi framt, sum dagur hevði óttast.Nei! Nú til mammu. Hjarta, miss ei kenslur,lat aldri sál sum Nero 56 fáa búgví mær. Lat meg bert vera óreinan,men ikki óndan; stinga bert við orðum,ei við knívi; látast, spæla fittur.Um orð og dómur verða alt ov sterk,so set, mín sál, tey ongantíð í verk.

Hann fer.

78

Page 79: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

MYND III:

Ein høll á borgini.Claudius, Rósinkrans og Gyllinstorn koma.

CLAUDIUS: Mær dámar illa, og tað er ei trygtat lata hann vála øran um. So nú,vit skriva fulltrú, geva tykkum boðat fylgja honum, fara við til Onglands.Várt embætið kann ikki tola slíkanvanda, sum jú økist hvørja løtuav ørligheit.

GYLLINSTORN:Vit gera alt til reiðar;

Gudsóttandi tað er, og heilagt viðat verja hesi mongu, mongu lív,ið skylda tygar’ hátign lív og breyð.

RÓSINKRANS:Hvør einstakur, ið livir, eigur júav heilum huga og við allari megiat verja sjálvan seg; enn meira so,tann sál, hvørs lív og heilsu so mong onnurdúva uppá. Tá kongur fellur, fellurhann ei bara sjálvur, men hann dregurvið sær sum ein flóð alt rundanum.Ja, sum eitt veldugt hjól á hægsta tindi,við fleiri túsund smáum viðfestingumí snældum sínum; tá tað fer á rull,hvørt einasta av teimum smáu ferjú við í hesum øgiliga falli.Tá kongur suffar, grætur tjóðin øll.

CLAUDIUS: Til reiðar verið, ferðin verður skjót.Vit skulu binda niður henda ótta,ið gongur leysur her.

RÓSINKRANS: Vit skunda okkum.

79

Page 80: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

Rósinkrans og Gyllinstorn fara.Polonius kemur.

POLONIUS: Hann er á veg at vitja móður sína.Eg standi aftanfyri veggjateppi,og hoyri tey; hon gevur honum helstav grovfíluni, og sum tygum søgdu –so vísiliga við – um onkur annarenn mamman bara hoyrir, eftirsumhon jú ógegnig er av náttúru, so er tað betri. Íðan, so farvæl;tú hoyrir frá mær áðrenn songartíð,um alt eg havi lært.

CLAUDIUS: Eg takki fyri.(Polonius fer)

Á, brotsverk mítt, tað stinkar upp til himmals;hin elsta arvasynd og banning við:eitt bróðurmorð. 57 Nei, eg kann ikki biða,tó hugurin og viljin vilja tað;mín skuld er sterkari enn vilji mín,og, eins og ein í tvíningum eg standi;á bæði dragi, og tí geri hvørki.Og henda ólukku hond, hon kundi veriðtvær ferðir so tjúkk av bróðurblóð,er ei av regni nógmikið á himniat tváa hana reina eins og snjó? Er náðin ei at stara beint at synd? Og bønin, er hon ei ein tvíføld makt,at hjálpa okkum, so vit ikki falla,og náða eftir fallið? Hygg nú upp!Mín synd er gjørd. Men hvør er bønin, sumeg biða kann, hvat kann mær gera mun?‘Fyrigev mær hetta ljóta morð?’Nei; eftirsum eg eigi enn júst tað,ið fekk meg til at fremja brotsverkið: mín krúna, drotning, girnd mín eftir valdi.Ber til at fáa fyrigeving, ogenn eiga úrslitið av syndini?Í rotinskapinum í hesum heimi,kann brotsverkið við gull í hond jú skúgva

80

Page 81: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

rættvísið til viks, og meir enn soat lógin er til sølu; men so erjú ei á himni; einki svik, bert sakiní sjálvum sær; og har vit verða noyddtil svars at standa, andlit til andlits viðsyndirnar. Hvat so? Ja, hvat er eftir?At angra, hjálpir tað? Tað átti tað,men hvussu tá ein trúliga ei angrar?Á, vónloysi! Á, hjarta svart sum deyðin!Á, bundna sál mín, sum í stríði sínumfjøtrar seg enn meira. Hjálpið, einglar!Boyggi tykkum, treisku knø; og hjarta,tú streingirnar av stáli mýk, so teirsum spengurnar á nýðføðingum verða.Alt kann enn verða gott.

Fer á knæ.Hamlet kemur.

HAMLET: Nú kann eg gera tað, nú tá hann liggur og biður;Nú geri eg tað –

(dregur svørð) so fer hann til himmals.Var tað mín hevnd? Nei, her má hugsast betur:Eitt óreint beist drap pápa mín, og eg,einasti sonurin, sendi hetta beisttil himmals.Tað er takk og løn og ikki hevnd.Hann pápa drap, so mettur har hann lá;og allar syndir í fullum blóma: hvussuman avrokningin nú á himli standa?Ja, sum vit kunnu gita okkum til,ei væl hon stendur; er tað nøkur hevnd?At senda hann, við bøn um fyrigevingbeina leið í himmiríkið upp? Nei!Niður við svørðinum; bíða eftir betriløtu, tá hann er fullur, avdottin,óður, ella í síni blóðskemdar song;tá hann bannar ella spælir kort,okkurt, sum til frelsu ei kann føra,

81

Page 82: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

fell hann tá, so hælirnir peika mót himli,og sálin fer so svørt hon er til heljar.Men mamma bíðar. Nyttar eingin bøn;ein dagin skalt tú fáa tína løn.

Hamlet fer.

CLAUDIUS: (reisist)Mítt orð fleyg upp, men tankin eftir var;Orð uttan tankar koma ei himli nær.

Fer.

82

Page 83: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

MYND IV:

Í kamarinum hjá Gertrud.Gertrud og Polonius koma.

POLONIUS: Hann verður skjótur. Og ver hørð við hann:sig við hann, hetta skemtið var ov grovt,og tygum hava staðið sum skjøldur millumhann og kongsins øði. Eg fjali meg.Minst til, sig beint sum er.

GERTRUD: Eg lovi tað.

HAMLET: (uttanfyri)Mamma, mamma, mamma!

GERTRUD: Nú, krógva teg, eg hoyri hann uttanfyri.

Polonius krógvar seg aftanfyri eitt veggjateppi. Hamlet kemur.

HAMLET: Nú, mamma, hvat vilt tú mær?

GERTRUD: Hamlet, tú hevur háðað pápa tín.

HAMLET: Mamma, tú hevur háðað pápa mín.

GERTRUD: Nú, nú, tú svarar við tápuligari tungu.

HAMLET: So, so, tú spyrt við óreinari tungu.

GERTRUD: Hvat sigur tú?

HAMLET: Hvat meinar tú?

GERTRUD: Hevur tú gloymt hvør eg eri?

HAMLET: Nei, gudsdoyð.Tú ert drotning og kona bróður mann tín.Og – vildi ei tað var so – móðir mín.

GERTRUD: Nei, so má onkur annar tosa við teg.

83

Page 84: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Nei, set teg her; ver sitandi í frið;Eg skal vísa tær ein spegil, hartú síggja kanst títt egna innasta.

GERTRUD: Hvat gert tú? Ætlar tú at drepa meg?Nei, hjálp mær, hjálp mær!

POLONIUS: (aftanfyri) Nú, hvat hendir? Hjálp!

HAMLET: (dregur svørðið)Hvat nú? Ein rotta? Deyð, fyri eina krónu. 58

Hann stingur gjøgnum teppi.

POLONIUS: Eg eri dripin!

Polonius dettur deyður niður.

GERTRUD: Á Gud, hvat hevur tú gjørt?

HAMLET: Ikki veit eg; er tað kongur?

GERTRUD: Ein ræðulig, ein blóðug gerð tað var.

HAMLET: Ja, næstan líka ræðulig, góða móðir,sum at drepa kong og giftast við hans’ bróðir.

GERTRUD: Drepa kong?

HAMLET: Tað vóru míni orð(lyftir teppið, sær líkið av Polonius)

Tín tápuligi, gamli lúrari.Eg helt teg vera harra tín; har sært tú:kann vera lagnutungt at leggja uppí.

(við Gertrud)So, halt uppat at vríggja hendur. Set teg,og eg skal vríggja hjarta í tær, umhjartað enn er mjúkt og enn kann rørast,

84

Page 85: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

um ikki ljótir vanar hava hert tað,so tað er vart mót bæði skil og kenslum.

GERTRUD: Hvat havi eg tá gjørt, at tú kanst veraso harður við meg?

HAMLET: Tað tú hevur gjørt,tað svínar allan sóma til og rópardygdina ein lygnara, tað pilkarrósuna av enninum á kærleikaog setur har ein svull, ger giftarmáliðog tess lyftir følsk sum svik í kortum.Tað skræðir sálina úr trúfesti,ger heilag orð til orðaskvaldur bert;himin rodnar yvir hesi tungu jørð, sum nærkast dómadagur, alt av tí tú gjørdi.

GERTRUD: Sig mær hvat tað var,hvør synd hjá mær, ið rópar so til himmals?

HAMLET: Hygg, sært tú hesa mynd, og sært tú hesa?Tvær avmyndir av tveimum brøðrum. Hygg!Hygg, sært tú hetta hábærsliga andlit,hár sum sólin; brá sum Jupiter sjálvur;eygu sum Mars, hóttandi, gevandi boð;kropsburð eins og Merkur, í tí hann lendirá fjallatindi, ið kyssir himmalin;so stórbærur, tað sýnist sum at allirgudar settu síni merki á hanntryggjaðu heimi: hetta er ein maður.Maður tín hann var. Og síggj nú hin:maður tín hann er: eitt rotið aks, ið smittaði bróður sín. Hevur tú eygu?Hvussu kundi tú fara frá líðunum her,og leggjast at jótra í mýruni? Hevur tú eygu?Nevn ikki elskhug; ein á tínum aldrieigur ei tann villa hugin meir,er eyðmjúk, brúkar skilið; og hvat skilkann fara frá hesum til hetta? Tú eigur vit,tí annars livdi tú ikki, men skilið er púra

85

Page 86: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

farið av lagið; sjálvt tey svøku høvduvita betur. Einki skilaloysier so sjúkt, at tað ei dugir so frægt at skyna á. Hvør fani var tað,sum fekk teg at ganga blindabukk? Sjón uttan hond og hond við ongum eygum,hoyrn við hvørki eygum ella hond,tev við ongum, sjálvt ein sjúkur sansurei so kundi svikið. Rodnar tú ikki?Helvitis hugur,kanst tú gera uppreistur í beinumá gomlum konum, verða so ikki dygdirhjá brennandi ungdómi til voks og bráðnaí egnum eldi? Rópa ei um skomm,tí hugurin ræður, og sjálvt tey gomlu brenna,skilið tænir gessinum.

GERTRUD: Nú, steðga!Tú vendir eyga mínum inn í mínasál; eg síggi svartar, svidnar blettirsum aldri fara burt.

HAMLET: Men tú kanst liggjaí gimaroyki í vátu, kleimnu song,svansandi í rotinskapi, parast,yvir grísabøli –

GERTRUD: Steðga nú!Sum knívar stinga orð í míni oyru;

Ei meira, góði Hamlet.

HAMLET: Drápsmaður:trælur, verdur tjúgu ferðir minnienn hin; ein kongur av ólevnaði;lummatjóvur, stjól sær land og ríki,tók tað dýru krúnu, har hon lá,stakk hana í lumman.

GERTRUD: Ikki meir!

HAMLET: Ein kloddakongur –

86

Page 87: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

(Hamurin kemur inn)Himmalsins einglar verji meg við breiðumveingjum. Sig, hvat vilt tú, mikla sjón?

GERTRUD: Hann er óður í høvdinum.

HAMLET: Ert tú komin at harta tín seinføra son,sum forsømdi tíð og møguleikar,at gera eftir tínum miklu boðum?Sig mær nú!

HAMUR: Minst til: eg vitji tegso eg kann hvessa tína doyvdu ætlan.Nú, hygg at móðir tíni, hon er skelkað:hjálp henni nú í hennar’ sálarkvøl.Í veikum kroppum er heilaspuni sterkast.Tosa við hana, Hamlet.

HAMLET: Hvussu er nú, mamma?

GERTRUD: Hvussu við tær?Tú starir beint at ongum, tykist tosavið reina luft, sum tóm og holdsleys er? Sálin gløðir vill úr tínum eygum;hárið stendur stívt og ývið, sumátti tað sítt egna lív, eins oghjá hermanni ið vaknar mitt í stríði.Góði sonur, sløkk við køldum tolihenda mikla sálareld. Hvat sært tú?

HAMLET: Hann! Hann! Hygg, so bleikt hann starir!Tann søk, tey eygu, um hann talaðivið grót tað hevði livnað.

(við hamin)Hygg ei at mær;

tín syrgna uppsikt venda kann tí hørðuætlan, og mín gerð tá skiftir lit:verður bert til tár og ikki blóð.

GERTRUD: Hvønn tosar tú við?

87

Page 88: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Sært tú einki har?

GERTRUD: Einki. Síggi tað, ið er har.

HAMLET: Hoyrdi einki heldur?

GERTRUD: Einki uttan okkum.

HAMLET: Men hygg! Hygg nú! Nú fer hann, sært tú, har!Pápi mín, júst so sum hann sá út.Nú hygg, nú fer hann, út um dyrnar har.

Hamurin fer.

GERTRUD: Hetta skapast alt í tínum høvdið.júst slíkar sjónir uttan likam, skapastlættliga í einum sjúkum sinni.

HAMLET: Sjúkum sinni?Pulsurin slær stúttur, eins og tín,hann heldur sunna takt. Og tað er ikkisinnissjúka, tað eg segði; royn meg,og eg skal greiða alt, orð fyri orð,tað kundi sinnissjúka ikki. Mamma,for Guds skyld, smyr ei tína sál við tíat tað var ei títt brotsverk, men mín sálso sjúk hon er, ið talaði; tað doyvirbara, leggur eina skón á sárið, meðan rotið etur innan, smittanspillir alt. Nei, viðgakk fyri himli,angra tað sum farið er og slepp tærundan, tí ið kemur. Taða ikkiókrútið, so tað kann trívast. Umbermeg og mínar dygdir; dygdir mugu,í hesi tíð, uppbólgnað er av spillu,biðja syndina um fyrigeving,bøna um at gera gott.

GERTRUD: Áh, Hamlet.Tú hevur klovið hjarta mítt í tvey.

88

Page 89: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: So tveit tann ljóta partin burt, og livareinari við betru helvtini.Nú, góða nátt – far ei til farbróðir.Og legg tær dygdir til, um tú ongar eigur. Vanin er ein djevul, skjótt hann eturalla andstygd fyri óndum; meneingil er hann við, tí somuleiðishann góðsku letur í ein vakran búna,sum væl kann berast. Halt teg burt í nátt,og lættari tað verður næstu ferðat halda sær; enn lættari so viðog við. Tí vanin broytir okkar’ lyndi,kann hýsa fananum eins væl og blakaðhann á dyr. Nú, aftur, góðanátt;og tá tú ynskir signing, fari egat biðja teg um tína.

(peikar á líkið av Polonius) Hesa gerðeg angri; men tað var so himins ætlanat revsa hann við mær, og meg við honum,nýtti meg sum amboð og sum bøðil.Eg skal fjala hann, og svara fyrideyða. Góða nátt, enn einaferð.Eg eri harður við teg bert av góðsku.Illa er tað byrjað, verri verður.Bert eitt orð afturat.

GERTRUD: Hvat skal eg gera?

HAMLET: Í øllum førum ikki tað, eg biði:lat fulla kongin freista teg í song,klípa teg í kjálkan; kalla teg‘sín lítla mús’; og fyri nakrar fúlarkossar, ella fingrar slímutar á tínum nakka, fáa teg at siga alt um meg: at eg ei eri svakur,bara látist. Jú, tað hevði veriðgott, um hann tað visti; tí ein drotningvøkur, klók og rættvís kann ei slíktkrógva fyri paddu, flogmús, frensi. 59

Hvør kundi tað? Nei, móti trygd og skili,

89

Page 90: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

lyft av fuglabúri lokið, slepp teim’øllum út, og sum hin gamla apanfyrst í búrið krúp, royn so at flúgva,og brót so hálsin. 60

GERTRUD: Ver vísur í, um orð tey eru andi,og andi lív, eg eigi ikki lív,at anda tað, tú hevur sagt.

HAMLET: Eg skal til Onglands; visti tú?

GERTRUD: Ájú,eg hevði gloymt tað; avgerðin er tikin.

HAMLET: Har eru skriv, og mínir gomlu vinmenn –eg líti á teir sum á høggorms tenn –teir hava fulltrú, skulu vegin rudda,so eg í fellu detti. Lat so verða.Einki betri, enn tá meistariní egnu fellu situr; tað er hart,men eg skal grava djúpri enn hann kannog spreingja hann til mánan! Hygga nú!Tvær ljótar ætlanir her hittast jú!Nú, hesin ger meg virknan, hóast alt:eg tveiti líkið inn í næsta rúmið.Móðir, góðanátt. Nú hesin harrisum aldri tagdi, fullur var av søgum,nú er friður, nú er hann sum grøvin.Kom tú við mær, vit finna tær eitt stað.Góðanátt, mamma.

Fara. Hamlet dregur líkið av Polonius við sær.

90

Page 91: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

FJÓRÐI TÁTTUR

MYND I:

Ein høll á borgini. 61

Claudius, Gertrud, Rósinkrans og Gyllinstorn koma.

CLAUDIUS: Hvat merkja hesi tungu hjartasuff?Greð frá hvat bagir, so at eg kann skilja.Hvar er sonur tín?

GERTRUD: Far; lat okkum vera einsamøll.(Gyllinstorn og Rósinkrans fara)

Á, harragud, tað sjón eg havi sæð.

CLAUDIUS: Hvat, Gertrud? Hvussu við Hamlet?

GERTRUD: Ørur sum havið og vindurin, tá tey kappastum hvør er sterkast; í síni villu øðihoyrdu okkurt aftanfyri teppi,dróg sítt svørð, og rópti ‘Rotta, rotta!’Og heilavillur stakk hann, drap hin gamla,sum stóð fjaldur har.

CLAUDIUS: So ræðuligt!Tað hevði verið eg, um eg stóð har.Hann kann ei ganga leysur; er ein hóttanímóti tær og mær, ja, móti øllum.Hvat gera vit við slíkt eitt blóðugt brotsverk?Tað verður lagt á okkum; og vit áttuat betri eftirlit og tamarhaldhavt á, tí hann er ørur. Men vár góðskavar alt ov stór, vit skiltu ei hans’ sjúku,sum tann, ið eina ringa smittu ber,ei vil at onnur síggja, og tí leturseg eta upp til avlívs. Nú, hvar er hann?

91

Page 92: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

GERTRUD: Hann fór at fjala mannin, sum hann drap,og har, um líkið – eins og sinnissjúkaní óreinsskapi fjaldi gull so reint –hann græt um sína ræðuligu gerð.

CLAUDIUS: Nei, Gertrud, kom, vit fara.Nú áðrenn sól á fjallaryggir stavar 62

vit senda hann avstað; og fyri hesaræðuligu gerð, við tign og skili,vit finna bæði frágreiðing og orsøk.Hey, Gyllinstorn.

(Gyllinstorn og Rósinkrans koma aftur) Tit farið beinanveg.

Í ørsku Hamlet drap Polonius,hann fór úr kamarinum við tí deyða;farið, finnið hann og finnið líkið,so berið í kapellið. Gerið skjótt.

(Rósinkrans og Gyllinstorn fara)Kom, Gertrud, nú vit savna okkar’ vinir,teir vísastu, og greiða frá hvør ætlanokkar’ er, og gerðini sum gjørd var.So kanska slatursørvar, sum jú annarsflúgva skjótt um allan heim og sumkanónir raka mál sítt, raka ikki okkum. Kom. Tað kanska kann seg laga. Mín sál er full av ótta og av trega.

Fara.

92

Page 93: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

MYND II:

Ein høll á borgini.Hamlet kemur.

HAMLET: Væl fjaldur.

GYLLINSTORN, RÓSINKRANS: (uttanfyri)Hamlet! Hamlet!

HAMLET: Hvat nú? Hvør rópar nú á Hamlet? Á, t’er teir.

Rósinkrans og Gyllinstorn koma.

RÓSINKRANS:Nú, hvat hevur tú gjørt við líkið?

HAMLET: Tað er í mold, har sum tað jú kom av. 63

RÓSINKRANS:Sig nú, hvar tað er, so vit kunnu fara við tí í kapellið.

HAMLET: Trúgv tí ikki.

RÓSINKRANS:Trúgva hvørjum?

HAMLET: At eg kann halda loyndarmál fyri teg, men ikki loyndarmál fyri tær. Og annars, hvat skal ein kongasonur svara einum njarðarvøtti?

RÓSINKRANS:Rópar tú meg ein njarðarvøtt?

HAMLET: Júst tað; ein, ið sýgur í seg kongsins stuðul, kongsins løn og kongaligt starv. Tað er júst slíkir menn, ið kongi tørvar mest: hann hevur teir, sum apan, liggjandi í kjálkanum; fyrstur í munnin, seinast svølgdur: tá hann vil vita hvat tú veitst, so kroystir hann teg bara, og njarðarvøtturin er turrur aftur.

RÓSINKRANS:Eg skilji teg ikki.

93

Page 94: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Tað var gott; speii svevur væl í býttum oyrum.

RÓSINKRANS:Hoyr, sig okkum hvar líkið er, so fara vit við tí til kongs.

HAMLET: Líkið er hjá kongi, men kongur líkist ikki líki. Kongur líkist –

GYLLINSTORN:Líkist hvørjum?

HAMLET: Kongur líkist ongum; kom so, nú. Pikk! Tú hevur tað!

Fara.

94

Page 95: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

MYND III:

Ein høll á borgini.Claudius kemur, saman við ráðharrum.

CLAUDIUS: Eg sendi menn at finna hann og líkið.Hann kann ei ganga leysur, sum hann gongur!Men kortini, vit mugu vera varnir:tann býtta fjøldin elskar hann; sum altíð,hon dømir bara eftir eygunum,og finnist at tí revsing, syndin fær,men gloymir syndina. So um alt gangaskal lagaliga, skal hans’ burturferðbert sýnast sum ein væl umhugsað frítið.Ein sterkur lútur skal til sterka sjúku,annars hjálpir einki.

(Rósinkrans, Gyllinstorn og aðrir koma) Nú, hvat hendi?

RÓSINKRANS:Hvar líkið, tygar’ høga hátign, erhann vildi ikki siga.

CLAUDIUS: Men hvar er hann?

RÓSINKRANS:Her uttanfyri, og í varðhaldi.

CLAUDIUS: So før hann inn.

RÓSINKRANS: Hey! Komið inn við honum!

Hamlet kemur, við varðhaldi.

CLAUDIUS: Nú, Hamlet, hvar er Polonius?

HAMLET: Til døgverða.

CLAUDIUS: Til døgverða? Hvar?

95

Page 96: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Ikki har hann etur, men har hann verður etin. Tað er politikkur; maðkarnir hava floksráðstevnu. Maðkarnir eru teir mætastu og matligastu av øllum: vit fita onnur djór til at fita okkum, og fita okkum sjálvi til at fita maðkar; tann feiti kongurin og tann klæni biddarin eru bara tvær ymiskar máltíðir, sum enda á sama borði, og tað er endin.64

CLAUDIUS: Á, harragud.

HAMLET: Maður kann nýta til agn ein maðk, sum át av kongi, og eta fiskin sum mettaðist av tí maðki.

CLAUDIUS: Hvat meinar tú við hasum?

HAMLET: Einki annað enn at siga tær, hvussu ein kongavitjan kann fara ígjøgnum vilini á einum biddara.

CLAUDIUS: Hvar er Polonius?

HAMLET: Í himli, haldi eg; send onkran at vita: er hann ikki har, so far sjálvur og leita hinastaðni. Men álvara, finna tit hann ikki henda mánan, so fara tit at lukta hann tá tit fara upp trappurnar.

CLAUDIUS: (við tænastufólk)Farið og leitið har.

HAMLET: Hann bíðar eftir tykkum.

CLAUDIUS: Hoyr, Hamlet, fyri tína egnu trygd –sum vit jú hugsa nógv um, eins og vitsyrgja um tað gerð, tú gjørdi – so vitsenda teg í størsta skundi burtur.Ger teg til reiðar beinanveg at fara.Har skipið liggur klárt og ættin er góð.Menninir bíða umborð, og klárt er at faratil Onglands.

HAMLET: Onglands?

CLAUDIUS: So er, Hamlet.

HAMLET: Gott.

96

Page 97: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

CLAUDIUS: So víst, um bert tú veitst um okkar vilja.

HAMLET: Eg veit um ein eingil, sum veit um hann. 65 Men kom; til Onglands. Farvæl nú, góða mamma.

CLAUDIUS: Pápi tín, Hamlet, sum elskar teg.

HAMLET: Og mamma.Mamma og pápi eru maður og kona; maður og kona eru eitt: tí, mamma!Kom, til Onglands!

Hamlet fer.

CLAUDIUS: Farið beint aftaná, fáið hann skjótt umborð;ongar seinkingar; beint avstað í kvøld.Nú farið! Alt, ið annars hoyrir tiler klárt og liðugt; skundi tykkum, nú.

(Rósinkrans og Gyllinstorn fara)Og Onglands kongur, leggur tú enn ímítt vinarlag – tað átti tú, tí okkar’makt er sterk, og arrini av okkar’svørðum lýsa enn so reyð, og virðinghevur tú av fríum vilja sýnt mær –so tveitur tú ei kaldliga til viks tað sum eg biðið teg, og sum er váttaðí brøvunum: At Hamlet skjótast gjørligtmá doyggja. Ger tað, Ongland. Tí sum fepurí mínum blóði rennur hann; tú mástgrøða meg. Og fram til tað er gjørtmín eydna, alt mítt lív, er eiðasørt.

Fer.

97

Page 98: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

MYND IV:

Á heiðini.Fortinbras kemur við heri sínum.

FORTINBRAS:Nú, far og heilsa konginum av Danmark,og sig, at Fortinbras, við hansar’ loyvivið sínum heri fer um ríkið hans’.Tú veitst, hvar fundarstaðið er, og umhann sjálvur meg vil hitta, sig so ateg geri mína skyldu mótvegis honum. Lat hann vita tað. 66

HØVUÐSMAÐUR: Tað skal eg, tygum.

FORTINBRAS:Far varliga.

Allir fara, uttan høvuðsmaðurin.Hamlet, Rósinkrans og Gyllinstorn við fylgi koma.

HAMLET: Nú, tygum, hvaðan kemur hesin herur?

HØVUÐSMAÐUR:Úr Noregi.

HAMLET: Og hvagar skal hann?

HØVUÐSMAÐUR:Til Póllands, tygum.

HAMLET: Og oddamaðurin er hvør?

HØVUÐSMAÐUR:Bróðursonur Noregskong, Fortinbras.

HAMLET: Er álopið á Pólland alt, ella bert á okkurt marknaðland?

HØVUÐSMAÐUR:Tá satt skal sigast, uttan hóvasták,

98

Page 99: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

vit herja á eitt lítið jarðarstykki,sum virðið bara hevur við sítt navn.Eg vildi ikki goldið fimmoyra,nei, ei so frægt, um eg fekk tað sum festi.Og meir fær hvørki Noreg ella Pólland,um tann, ið vinnur, roynir selja tað.

HAMLET: Men Pólland kortini vil hetta verja?

HØVUÐSMAÐUR:Ája, teir hava longu hersett tað.

HAMLET: Tvey túsund sálir, tjúgu túsund dálar,men eingin friður, um eitt lítið strá!So bólgna vit, ið hava tað ov gott,til svullur skrædnar innvortis, og eisæst grund til skrædlið. Takkið fyri, tygum.

HØVUÐSMAÐUR:Harrin verið við tykkum.

Høvuðsmaðurin fer.

RÓSINKRANS: Vit fara?

HAMLET: Ja, beinanveg. Tit farið bara undan.(Allir fara uttan Hamlet)

Tað er, sum alt eg síggi, ákærirog koyrir undir mína treku hevnd.Hvat er eitt fólk, sum bert til endamálat eta og at sova hevur? Djór,ei meir; men hann, ið skapti okkum so,við evnum og við viti til at síggjafortíð, framtíð við, gav okkum ikkihesi evni, gudakenda skil,til bert at rotna burt. Um tað nú ertann djóralíka gloymska ella óttin,ið kemur av, at skilja fylgjurnar –ein fjórðingur av tí er kanska skil,restin ræddar undanførslur – menhví livi eg, til bert at siga: ‘jú,

99

Page 100: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

tað gerast má;’ eg havi grund og styrki,vilja, amboð, síggi onnur dømi,sum henda mikla her, ið leiddur erav ungum prinsi uttan royndir, sumtó, fyltur upp av gudalíkum vilja,flennir bert at lagnuni, og setursín jarðarliga ótryggleika ívanda fyri deyða, lagnu, øllumfyri eitt eggjaskal. Stórlæti er,at ei av bara sterkum grundum rørast,men stríðast um eitt strá, um heiðurintað galt. So hvussu standi eg, ið havifaðir dripnan, móðir spilta, østurav bæði skili, blóði við? Eg barasovið burtur alt; og síggi hervið skomm, teir tjúgutúsund mans, ið faralúkst í deyðan, fyri hugskot, æru,leggja seg í grøv um lítið nartl,ov lítið er at berjast á, har ikkirúm er fyri grøvum teirra heldur.Nei, hereftir mín hugsan verður bertum blóð, tí annars er alt einki vert.

Fer

100

Page 101: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

MYND V:

Ein høll á borgini.Gertrud, Horatio og ein hovmaður koma.

GERTRUD: Eg vil ei hitta hana.

HOVMAÐUR: Men hon krevur,er illa fyri. Tað er synd í henni.

GERTRUD: Sig, hvat vil hon.

HOVMAÐUR:Hon tosar nógv um faðir sín, og sigurseg hava hoyrt um svik í verð, og suffar,slær seg fyri bringu, sparkar strá.Hon tosar bert við hálvum skili, menso ørt tað ljóðar, kortini fólk lurta;tey gita, seta saman hennar’ orð,so orðini til egna hugsan hóska;og hennar’ hábrøgd, blunk og veittran viðfær fólk at trúgva, har er skil í, og hon veit um okkurt, sum hon ei fær fram.

HORATIO: At hitta hana klókt er tó; tí kanskahon vandamikið slatur bera kann.

GERTRUD: Lovað henni so inn.(Hovmaðurin fer.)

Mín sjúka sál sær spøkilsi í øllum,t’er syndin, sum ger sinni fult av trøllum;so full av mistrúgv, seka sálin at kallafellur seg sjálva av ótta fyri at falla. 67

Ofelia kemur.

OFELIA: Hvar er hin undurfagra drotningin?

GERTRUD: Nú, hvussu stendur til, Ofelia?

101

Page 102: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

OFELIA: (syngur)‘Hvussu skal eg kenna hann,hin elskaða hjá tær?Á skónum og á hattinum,pílagrímsstav hann bar.’

GERTRUD: Nú, góða, hvat merkir hesin sangur?

OFELIA: Hvat sigur tu? Nei, lurta.(syngur)‘Farin er hann, deyður er,undir mold hans’ bein,grasið grør um høvur hans’navn hans’ sett í stein.Á, há.’

GERTRUD: Nei, men Ofelia.

OFELIA: Hoyr, lurta!(syngur)‘Líkklæði so hvítt sum snjó,’

Claudius kemur.

GERTRUD: Sært tú hana?

OFELIA: (syngur)‘Skrýtt við blómum var.Men eingin var at gráta tóhans’ elskaða var ei har.’

CLAUDIUS: Hvussu hevur tú tað, Ofelia?

OFELIA: Jú, gott, harrin havi lov. Tey siga, at uglan var ein bakaradóttir. 68 Tað veit Gud, vit vita hvat vit eru, men ikki hvat vit fara at verða. Jesus vælsignið matin.

CLAUDIUS: Hon hugsar um pápa sín.

OFELIA: Nei, hatta tosa vit ikki um; men um onkur spyr teg hvat tað merkir, skalt tú bara siga:

(syngur)

102

Page 103: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

‘Í morgin er Valentinusardagur,og moyggin við vindeyga stóð;eg bíðaði eftir honum, ið segðimeg vera tað fagrasta fljóð.Hann tosaði blítt og hann tosaði søtt,og inn síðan lovaði mær.Jomfrú fór inn og út líka skjótt,ei longur tá jomfrú hon var.’

CLAUDIUS: Góða Ofelia.

OFELIA: Eg svørji ikki uppá tað, men tað fer at enda.(syngur)‘Íjisus, íjisus, tað er for galið!Nei, tramin og píkarill!Soleið’s er lagið, teir leggja í vaðið,ei hugsa um annað enn pill.So segði hon: ‘Minnist tú lyfti, tú,at eg skuldi giftast við tær?’

Svarar hann:‘Tað minnist eg, men tað var áðrenn, jú,at tú komst í song við mær.’

CLAUDIUS: Hvussu leingi hevur hon verið soleiðis?

OFELIA: Eg vóni at alt verður gott. Vit mugu hava tol; men eg kann ikki annað enn gráta, tá eg hugsi um at hann skal í jørðina. Bróðir mín skal vita um hetta, og takk fyri tykkar’ góðu ráð. Hvar er vognurin? Góða nátt, mínar damur, góða nátt, mínar damur, góða nátt, góða nátt. 69

Ofelia fer.

CLAUDIUS: Far aftaná; ansa væl eftir henni.(Horatio fer)

Ja, hetta er júst tað, ið sorg ber við sær;alt av pápa hennara. Á, Gertrud.Sorgir koma sjáldan einsamallar,men í mongdum. Pápi hennar’ fyrst,og síðan sonur tín, av egnum ávumburturvístur var; og fólkið murrar, sleygið gongur, óreint slatur um

103

Page 104: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

Polonius og deyða hans’ – og býtttað var, at jarða hann so skjótt í loyndum.Ofelia, neyðardýrið, púra farinfrá vitinum, og uttan tað, vit erudjór bert, ella ímyndir; og verstav øllum, bróðir hennar’ komin heim;hann gongur har við høvdinum í ský,og slatursøgur hevur hann í oyraum faðirs deyða, ljótar søgur ganga,og tí tey einki vita, bara gita,tey leggja skuld á okkum. Góða Gertrud,tað er sum spreingingar, ið drepa megei einaferð, men fleir.

(Óljóð uttanfyri) Hvat hendir nú?Hvar eru vaktarmenn? Nú, læsi dyr!

Eitt sendiboð kemur.

CLAUDIUS: Hvat hendir?

SENDIBOÐ: Flýggið, tygar hátign, flýggið!Sjálvt flóðin, tá hon brýtur niður brimgarð,breyt ei so skjótt og harðligt, sum nú táLaertes breyt seg inn á tygar’ borg.Í hølunum er fylking, sum vil havatil harra hann, eins og var verðin nýggj,og gamlir siðir – teir, ið hava styðjaðvárt ríki altíð, púra eru gloymdir –‘Laertes!’ rópa tey, ‘vár kongur verð!’Og klappa, tveita húgvur upp í loft,‘Laertes kongur nú, Laertes kongur!’

GERTRUD: So skrála tey, tey skrála bert í blindum.Ja, ýli tit, tit følsku, donsku hundar. 70

Larmur uttanfyri.

CLAUDIUS: Grindirnar falla.

Laertes kemur við fylgi, vápnaður.

104

Page 105: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

LAERTES: Hvar er kongur? – Bíði tit harúti!

FYLGISNEYTAR:Vit koma við!

LAERTES: Nei, bíði sigi eg.

FYLGISNEYTAR:Tað gera vit.

Fylgisneytar fara.

LAERTES: Takk. Verji dyrnar. Nú, tú falski kongur,gev mær faðir mín!

CLAUDIUS: Nú, nú, gev tol.

LAERTES: Hvør blóðdropi, ið gevur tol, meg róparhoruunga, pápa kallar hannrei,setur horumerki her, á pannunaá mammu míni.

CLAUDIUS: Men, Laertes, hvíkemur tú við slíkum uppreistri?Nú, Gertrud, slepp honum, tað gongur alt.Tú veit, ein kongur eigur slíkan guddóm,at uppreisturin bara sær eitt sindur,men lítið gjørt fær. Sig mær so, Laertes,hví ert tú østur so? Nú, slepp honum.Tosa, maður.

LAERTES: Hvar er pápi?

CLAUDIUS: Deyður.

GERTRUD: Hann drap hann ikki.

CLAUDIUS: Lat hann bara spyrja.

LAERTES: So hvussu doyði hann? Og lúgvi ikki!

105

Page 106: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

Til helvitis við trúskapi! Og eiðirbeint til svarta fanan! Samvitskaog æra við, far sama veg! Eg skítiá dómin. Einki rakar meg, ei henda,og ei hin næsta verðin gera mun,komi hvat, ið vil, men hevnd eg krevjifyri pápa. 71

CLAUDIUS: Hvør kann forða tær?

LAERTES: Einki her í verð,enn egni vilji mín, og míni amboðrøkka langt.

CLAUDIUS: Nú, hoyr meg, hoyr, Laertes,um tú fært alt at vita, um hvat hendivið kæra faðir tínum, fer so hevndinat raka vin og fígginda og øll,sum best ber til?

LAERTES: Nei, bara fíggindar.

CLAUDIUS: Og kennir tú teir?

LAERTES: Men vinir hansara eg fevni, ogsum pelikanin, nøri teir við mínum egna hjartablóði. 72

CLAUDIUS: Nú tú talarsum ein góður sonur, rættur maður.At eg ei hevði nakað við at geraat faðir tín varð dripin, og so djúpteg syrgi hann, tað fer at standaeins klárt og dagur fyri tínum eygum.

(Óljóð uttanfyri)Ja, latið hana bara sleppa inn.

LAERTES: Hvat er nú hetta?

Ofelia kemur.

LAERTES: Nei! Eldur, brenn mín heila! Søltu tár,

106

Page 107: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

úr eygum mínum svíði sans og sjón.Við himmalin, tey skulu gjalda dýrt,so at tey koppa loddunum. Mín rósa!Mín góða – systir mín – Ofelia –Nei, Gud, kann vit hjá eini gentu veraeins vanvart sum tað gamlamanna lív?Vár náttúra er so, at tí vit elska,lata vit ein part av okkum sjálvum,so gjørdi hon.

OFELIA: (syngur)‘Á berari børu bóru teir hann.Í grøvina so mangt tári rann.Farvæl nú, mín dúgva.’

LAERTES: Átti tú skil og kravdi hevnd,tað hevði ei rørt meg meir.

OFELIA: Tú skalt syngja ‘niður, niður’, syngja ‘hann er farin niður.’ Hetta var eitt gott niðurlag. Tað var falskur tænari, ið stjól húsbóndans dóttir.

LAERTES: Hetta tvætl er vísari enn so mong onnur orð.

OFELIA: Her er rósmarin, tað er fyri at minnast – gloym ikki, elskaði, minst til. Og her er blákolla, hon er fyri hugan.

LAERTES: Júst tað, sum vitloysi er: hugur og minni, samanknýtt.

OFELIA:: Fennika til tín, og akkuleya. Hjálpirót til tín, og eisini til mín. Sunnudagar hjálpir hon okkum at angra. Men gakk tú við hjálpirót øðrvísi enn eg. Her er ein summardái. Eg ætlaði at geva tær páskaliljur, men tær følnaðu allar, tá ið pápi doyði. Tey siga, at hann fekk ein góðan enda.

(Syngur)‘Tí Álvur hin góði er frøi mín.’

LAERTES: Sorg og sakn og pínu, ja helviti sjálvt,skapar hon um til vakurleika og yndi.

OFELIA: (Syngur)‘Og kemur hann aldri aftur?

107

Page 108: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

Og kemur hann aldri aftur?Nei, deyður var hann tá.Legg teg á deyðastrá.Hann kemur aldri aftur.Sjnóhvítt hansara skegg at sjá.Krúna so hvít um ennið lá.Farin, farin avstað. Vit syrgja, men hvat hjálpir tað?Gud náði hansara sál.’

Eg biði Gud náða allar kristnar sálir. Harrin verið við tykkum.

Fer.

LAERTES: Sært tú hetta, Gud? 73

CLAUDIUS: Laertes, lat meg tala við tína sorg,nokta mær ei tað. Og vel úr vinum,tann, tú heldur vera klókast, lat hannhoyra alt, og døma millum okkum;um egna hond mín ella ein, ið hjálpti,í hesi brotsgerð eru sek, so takvárt ríki, krúnu, lív, og alt vit eigatað verður títt; men um so ikki verður,gev tol, og saman fara vit at finnatað loysn, ið best er.

LAERTES: Jú, tað siga vit.Men drápið, handa dulda jarðarferð –við ongum svørði, skjaldramerkjum ellavið kirkjugongd, og ei heldur við ervi –tað rópar hátt av himli, er ei rætt,og frágreiðing jú krevst.

CLAUDIUS: Jú, tað er satt.Og mikla øksin fellur, har t’er rætt.Nú, kom við mær.

Fara.

108

Page 109: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

MYND VI:

Ein høll á borgini.Horatio og ein tænari koma.

HORATIO: Hvør er tað, sum vil tosa við meg?

TÆNARI: Sjómenn, tygum. Teir siga seg hava brøv til tygara.

HORATIO: Lat teir koma inn.(Tænarin fer)

Úr hvørjum parti av heiminum man egfáa heilsan, um ikki frá Hamlet?

Sjómenn koma.

FYRSTI SJÓMAÐUR:Gud vælsignið tygum.

HORATIO: Og tykkum við.

FYRSTI SJÓMAÐUR:Tað ger hann helst, um hann vil. Her er bræv til tygum. Tað er frá sendimonnunum, ið vóru á veg til Onglands – um tygum eita Horatio, so sum eg havi skilt.

HORATIO: (lesur brævið)‘Horatio, tá tú hevur lisið hetta, syrg so fyri at hesir menn koma at hitta kong. Teir hava brøv til hansara. Vit høvdu ikki verið á sjónum meir enn tveir dagar, tá eitt alvápnað sjórænaraskip legði eftir okkum. Vit sigldu ov seint til at sleppa undan, og noyddust tí at vera djarvir, og í bardagunm leyp eg umborð á sjórænaraskipi. Í somu løtu varð leyst ímillum skipini, og tí varð eg teirra einasti fangi. Teir eru farnir væl og hjartagott við mær, men teir høvdu eina ætlan við tí: eg skuldi gera teimum eina tænastu.74 Lat kong fáa brøvini, eg havi sent, og kom síðani higar so skjótt sum um deyðin var í hølunum á tær. Eg havi ymiskt at teska í oyra á tær, sum fer at gera teg málleysan, men sum kortini er einki afturímóti tí, alt snýr seg um. Hesir góðu menn fylgja tær hagar eg eri. Rósinkrans og

109

Page 110: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

Gyllinstorn hildu leiðina fram til Onglands; um teir eg havi eisini nógv at fortelja. Farvæl.Tú veitst eg eritín Hamlet.’

Nú, eg skal vísa brøvum tykkar’ veg,og geri skjótt, so tit meg kunnu føra,til hann, ið sendi tey við tykkum. Komið.

Fara.

110

Page 111: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

MYND VII:

Ein høll á borgini.Claudius og Laertes koma.

CLAUDIUS: Títt góða skil má fría meg frá skuld,og hjarta títt meg taka sum tín vin,nú tá tú hevur hoyrt við kønum oyrum,at hann, ið drap tín góða faðir lámær eftir lívinum.

LAERTES: Eg trúgvi tær.Men sig mær, hví tað ljóta brotsverk, iðjú átti deyðarevsing ei fekk fylgjur?Tín trygd, tín vísdómur og alt, jú skuldiskunda undir teg.

CLAUDIUS: Tvær grundir eru,kanska løgnar tykjast tær hjá tær,men eiga tyngd hjá mær. Hans móðir fyrst:hon livir fyri hann; og hon er mær –ja, kalla tað so revsing ella dygd –hon er mær bæði lív mítt og mín sál,sum gongustjørnan melur runt um sól,eg kann ei nakað uttan hana. Síðan:hin grundin til eg ei fór rættarveg,er tí, at hann er dámdur millum fólk;tey leggja yndi sítt á alla brotsgerð,sum keldan tann, ið broytir træ til grót, 75

tey høvdu leinkjur broytt til heiður; ogmín ørvur, sum ei toldi slíkan vind,var fallin aftur á meg, hevði aldrimálið nátt.

LAERTES: Og soleið’s misti eg mín góða faðir,og systir mín við ørskapi varð fongd,hon sum, um eg kann loyva mær at minnast,stóð hægst á tindi, yvir øllum kvinnum,so fullkomin var hon. Men eg skal hevna!

111

Page 112: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

CLAUDIUS: Miss ikki svøvnin yvir tað, og eiger okkum til slíkt veikt og vesalt evni,at vit bert lata vandan royta okkumí skeggið, einki gera við tað. Hoyr!Jú faðir tín eg elskaði, og tómeg sjálvan við, so tú kanst hugsa títt –

Sendiboð kemur.

SENDIBOÐ: Her brøv til tygum, og til hennar’ hátign.

CLAUDIUS: Frá Hamlet! Hvaðan komu tey?

SENDIBOÐ: Tey siga sjómenn, men eg sá teir ei.Tey vórði send til mín frá Claudio,sum hevði fingið tey.

CLAUDIUS: Nú hoyr, Laertes –Takk.

(Sendiboðið fer. Lesur)‘Tygar’ hátign vita skal, eg eri settur nakin 76 her á land í tygar’ ríkið. Í morgin vil eg biða um at sleppa frammanfyri kongaligu ásjón tygar’, og síðan, eftir at hava biðið um umbering, greiða frá hvussu so brádliga og á løgnan hátt eg vendi aftur. Hamlet’

Hvat merkir hetta? Eru allir komnir?Ella er tað lygn og svikaráð?

LAERTES: Kennir tú skriftina?

CLAUDIUS: Jú, tað er Hamlet. ‘Nakin’ –Og her í eini eftirskrift ‘Aleina.’Skilir tú nakað?

LAERTES: Nei, einki, men lat hann so bara koma.Tað vermir sjúka hjarta mítt, um eg kann liva og siga í gronina á honum: ‘Nú skalt tú doyggja!’

CLAUDIUS: Um so er, Laertes –er tað ei so? Hvat kann tað annað vera? –Lat meg so ráða tær.

112

Page 113: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

LAERTES: Ja, tygar hátign,um ráðið ei er um at binda frið.

CLAUDIUS: Bert frið hjá tær. Um hann er afturkomin,og ferðin brotin av, og hann ei vilavstað aftur, eg fái hann at takaá seg nakað, ið eg júst nú tonkti,sum lívið tekur av honum, og einginkann brigsla mær, sjálvt ikki móðir hans’tey fara bert at siga ‘óhapp.’

LAERTES: Jú,tey ráð eg taki, um eg sjálvur kanneitt amboð vera.

CLAUDIUS: Hóskar seg so væl.Ímeðan tú var burtur, nógv var tosað,eisini tá Hamlet hoyrdi, umeitt kynstur, tú skalt duga serliga væl.Og ikki sørt at hann varð øvundsjúkurum hetta meir enn nakra aðra dygd,hóast hon ei hevur nógv uppá seg.

LAERTES: Hvat kynstur var so tað?

CLAUDIUS: Nei, bert ein fjøðurí hattinum hjá ungdómi, men tóeitt prýði, ið væl hóskar unglingi,ið ber sítt lætta, ljósa klæði sum vit gomlu bera skinn og myrkan klædning,álvarsom og hábærslig. Men nú:her kom ein vitjandi úr Normandínum –eg havi sæð, og stríðst mót fraklendingum,teir eru góður reiðmenn, men nú hesin,hann dugdi gand. Tað var sum var hann grógviní saðilin, tey kynstur hann fekk rossiðat gera, fingu ein at trúgva ross og maður vóru eitt í kropp og sál.Ótrúligt, sum hann dugdi, tað ber ikkitil at siga frá.

113

Page 114: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

LAERTES: Úr Normandínum?

CLAUDIUS: Úr Normandínum.

LAERTES: So svørji eg, tað var Lamord.

CLAUDIUS: Júst hann.

LAERTES: Eg kenni hann. Hann er ein gimsteinur,eitt prýði fyri bæði land og ríki.

CLAUDIUS: Hann tosaði um teg, og rósti tærso upp til skýggja fyri kynstur títtog dugnaskap í vápnalistini,og serliga við korðuni, hann helt.Tað skuldi verið løgið, segði hann,um nakar vann á tær. Í Fraklandier eingin, svór hann, sum so kringur erí rørslum, og við eyga og við hond.Alt hetta østi øvund upp í Hamlet,sum síðan hevur bert havt eittans ynski:at tú fórt skjótt at koma heim til dyst.So út úr hesum –

LAERTES: Út úr hesum hvat?

CLAUDIUS: Laertes, vart tú góður við pápa tín?Ella ert tú bert ein mynd av sorg,eitt andlit uttan sál?

LAERTES: Hví spyrt tú so?

CLAUDIUS: Ei tí eg haldi, hann ei var tær kærur;men tí eg veit, at kærleikin er bundinat tíðini, og tað eg havi sæðat tíðin ofta køvir kærleiks eld.Tað býr í sjálvum loga kærleikans eitt rak, ein veikur, sum kann doyva hannog einki gott kann vara við í ævir;tí tað ið gott er fyllist upp og kvalist

114

Page 115: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

í síni egnu góðsku. Tað, vit viljaáttu vit at gjørt, nú tá vit vilja;tí hetta ‘vilja’ broytist, verður seinkaðav tosi, undanførslum líka mongumsum hendur, tungur, óhapp eru til,og ‘áttu’ verður bert eitt tómligt suff,ið skaðar meðan tað ger gott. Men nú:til svullin; Hamlet kemur. Ætlar túat vísa tú ert sonur pápa tínmeir enn bert í orðum?

LAERTES: Eg skal skerahann á háls, um so í kirkjuni.

CLAUDIUS: Ja, ongastaðni eigur morð at fáafriðskjól, hevndin eigur ei at havamørk. Men hoyr, Laertes, læs teg inni.Hamlet fær at vita tú ert komin.Vit finna fólk at rósa tínum kynstrum,vit leggja tvífalt á tey góðu orð,ið fransmaðurin bar tær. Tit so hittast,vit vedda um hvør bestur er. Hann grunareinki ilt, so góðtrúgvin hann er,fer ei at kanna svørðini, so túkanst lættliga tær velja eitt við oddiuttan verju, og so løna honumfyri faðir tín.

LAERTES: Tað geri eg.Og harafturat so skal eg salva svørðið.Eg keypti smyrsl á einum marknaði,so eitrandi, at lat tú bert ein dropaá knívsegg, og so onkran bløðgaði,tað finnast ongar urtir, savnaðar sjálvt undir fullmána, ið kunnu bjargatí, ið bert er skurslaður; eg smyrjitað á oddin, so um bert eg nertivið hann, doyr hann.

CLAUDIUS: Vert at hugsa um.Lat okkum finna nær og hvar og hvussu

115

Page 116: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

best man liggja fyri. Tí um illagongst, og ætlan verður avdúkað,var betri ei at royna. So vit áttuat eitthvørt havt aft’rat til okkar’ verju um alt nú sprongdist. Bíða, lat meg síggja.Vit vedda um, hvør bestur er av tykkum –Nú veit eg!Í dysti verða heitir tit, og sveittir –og ger tú nógv av, so hann verður pøstur –hann rópar eftir drekka; og eg gevihonum tá eitt steyp við onkrum í,so um hann sleppur undan oddi tínumkortini vit vinna.

(Gertrud kemur) Hvat er nú?

GERTRUD: Sorgir aftaná sorgir koma skjótt.Laertes, hon er druknað, systir tín.

LAERTES: Druknað? Hvar?

GERTRUD: Eitt pílatræ sum stendur har við ánna,og speglar síni gráu, gomlu bløð;har gekk hon, bant sær løgnar blómukransar,av notu, summardá og børkubónda,sum skendskir hirðar kalla nakað ljótt,men ungar gentur rópa ‘deyðans fingur.’ 77

Har vildi hon á klænar kvistar hangakransar sínar, tá ein órein grein,fór av, og hon og prýði hennar duttuí ánna sum við tárum rann. Hon borinvar av klæðum sínum eina løtu,sum ein havfrúgv, sang og murraðivísur, júst sum um hon einki skiltiav síni neyð, men eins og var hon føddog borin til tann váta heimin. Mentann gjøgnumbloytti kjólin tyngdist skjótt,dró neyðardýrið niður, syngjandií móruni hon doyði. 78

LAERTES: Hon er druknað.

116

Page 117: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

GERTRUD: Druknað, druknað.

LAERTES: Ov mikið vatn fekst tú, Ofelia,tí vil eg ikki fella tár; men tóvit eru so; natúran krevur sítt,so verði skommin sum hon vil:

(Grætur) Nú liðugt,

far burt við øllum kventlasligum. So,farvæl. Eg eigi orð av eldi, sumtann býtti grátur sløkti.

Fer.

CLAUDIUS: Kom nú, Gertrud.Eg kýtti meg at sissa hansar’ øði.Men hetta setti gongd á umaftur.Vit fara aftaná.

Fara.

117

Page 118: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

FIMTI TÁTTUR

MYND I:

Á kirkjugarðinum.Ein gravari og ein annar maður.

GRAVARI: Skal hon jarðast í vígdari jørð, sum sjálv fór og søkti sína sáligheit? 79

MAÐUR: Jú, tað veit denn hon skal, so grava grøvina beinanveg; líksýnsmaðurin sat uppiyvir henni, og segði tað skal verða kristið begravilsi.

GRAVARI: Hvussu kann tað vera tað? Um ikki hon druknaði seg í sjálvverju? 80

MAÐUR: Tað siga teir.

GRAVARI: Tað má so vera ‘se offendendo.’ 81 Tí hetta er málið: druknið eg meg sjálvan við vilja, so er tað ein gerningur, og ein gerningur er býttur upp í trý: at gera, at seta í verk, at fullføra. Niðurstøðingin: hon druknaði seg sjálva.

MAÐUR: Nei, men hoyr nú, góði gravari...

GRAVARI: Nei, bíða! Her er vatnið – ja? Her stendur maðurin – ja? Um maðurin fer útí og druknar seg, so fer hann, alt annað líka, og ger tað. Men um vatnið kemur til hann og druknar hann, so druknar hann ikki seg sjálvan. Niðurstøðingin: hann, sum ikki er sekur í sínum egna deyða, styttir ikki sítt lív.

MAÐUR: Er hetta lógin?

GRAVARI: Jú, jú, líksýnsmannalógin er tað.

MAÐUR: Eg skal siga tær akk’ra sum er. Var hon ikki ein av teimum fínu, so hevði hon ikki fingið kristið begravilsi.

GRAVARI: Tú sigur tað sum er. Og tað líkist heldur ongum, at tey fínu sleppa at bæði drukna seg og heingja seg, og vit, sum eru líka kristin, sleppa ikki. Hvar er spakin? Eingir eru av so spakførari ætt sum urtagarðsmenn, rennugravarar og gravagravarar; teir halda áfram við Adams yrki.

MAÐUR: Var hann so spakførur?

118

Page 119: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

GRAVARI: Av spakastu monnum.

MAÐUR: Men hann átti ongan spaka.

GRAVARI: Tú ert so kúheiðin! Hevur tú ikki lisið bíbliuna? Har stendur at, Adam dyrkaði jørðina, og spakførur førdi hann spakuliga spakan. Eg skal spyrja teg eitt afturat. Dugir tú ikki svarið, far so og hong teg.

MAÐUR: Spyr so.

GRAVAR: Hvør er tað, ið byggir sterkari enn bæði múrarin, skipasmiðurin og timburmaðurin?

MAÐUR: Gálgasmiðurin; hansara verk livir longri enn túsund lív.

GRAVARI: Tú ert fínur, hann sjálvur, jú, gálgin er góður. Men við hvønn er hann góður? Hann er góður við tann, ið ger ilt. Og tú gert ilt við at siga, at gálgin er sterkari enn kirkjan. Niðurstøðingin: gálgin verður góður við teg. Umaftini.

MAÐUR: ‘Hvør er tað, ið byggir sterkari enn bæði múrarin, skipasmiðurin og timburmaðurin?’

GRAVARI: Ja, git mær tað, so skalt tú fáa frí.

MAÐUR: Pínadoyð, eg veit!

GRAVARI: So sig tað.

MAÐUR: Nei, guðsdoyð, eg veit ikki.

GRAVARI: Kroyst ikki høvdið meir við hasum; tað dovna eslið gongur allíkavæl ikki skjótari, hvussu tú so bukar tað. Og næstu ferð onkur spyr teg hatta, svara so: gravarin. Húsini, hann byggir halda til dómadag. Gakk nú oman á krónna, og keyp mær ein lítlan.

(Maðurin fer. Gravarin grevur og syngur:)‘Tá eg var ungur, elskaði,eg elskaði so høgtTað var – a – ein tíð, tá – a – hvør ein gentaAltíð var – a – vælnøgd.’

119

Page 120: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

Hamlet og Horatio koma.

HAMLET: Hevur hasin ongar kenslur, stendur og syngur, meðan hann grevur eina grøv?

HORATIO: Tað man vera vanin, sum hevur gjørt tað gerandisligt hjá honum.

GRAVARI: (syngur)‘Men ellin kom so sníkjandi,júst so sum hon er von,og sendi meg til landi haðaneingin aftur kom.’

Hann tveitir ein skølt upp úr grøvini.

HAMLET: Hasin skøltur átti einaferð eina tungu, og dugdi at syngja. Hann tveitir hann, sum var tað kjálkabeinið, ið Káin nýtti til heimsins fyrsta morð. Tað kanska var ein tingmaður, sum hesin kjálkin fer við sum hann vil, ja, ein, ið kundi snýtt várharra, ella hvat?

HORATIO: Tað kundi verið.

HAMLET: Ella var hann sleikjari, ein, ið dugdi at siga ‘Góðanmorgun, tygum, hvussu stendur til hjá tygum?’ Ein harra hetta-og-hatta, sum rósti hestinum hjá harra hitt-og-hatta, tí hann ætlaði sær hann sjálvur. Ha?

HORATIO: Jú, so víst.

HAMLET: Og nú er bara frúan Maðkur eftir, og spakin hjá einum gravara, ið tveitir hann sum best ber til. Ja, tað sum vendi niður vendir upp, og vit síggja tað beint her. Vóru hesi bein ikki dýrari enn so, at nú vit kunnu kasta kongar við teimum? Eg fái sjálvur ilt í mergin av at hugsa um tað.

GRAVARI: (syngur)‘Ein spaka og ein hakkara,eitt líkklæði úr mold.Eitt runudíki varð mín grøv,so var mítt lív á fold.’

Tveitir enn ein skølt upp úr grøvini.

120

Page 121: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Nú, ein afturat. Hví ikki skølturin av einum sakførara? Hvar eru nú putlarí og paragraffir, rættarmál og lirkan og alt lump? Hví letur hann hatta skendslið tveita seg so við eini skitnari skuplu, uttan at stevna hann fyri ærumeiðing? Ja, hesin var kanska í sínari tíð ein, ið dugdi at ogna sær jørð, við statuttum og staðseting, bústaðarskyldu og bót. Er hetta so endalig staðseting, endalig bústaðarskylda, høvdið fult av mold? Kundu heimildarmenn ei heimiðla meira, enn nóg mikið var til eitt hol ikki størri enn longd og breidd av einum sáttmála? Ognir hansara rúmast so dánt í eini kistu, og ikki fær hann meira burturúr.

HORATIO: Nei, einki meir.

HAMLET: Gera tey ikki pergament úr seyðaskinni?

HORATIO: Jú, og kálvaskinni við.

HAMLET: So tey, ið leita sær skjól í pergamenti, eru seyður og kálvar. Eg fari at tosa við mannin. Nú, hvørs grøv er hetta?

GRAVARI:N Mín, tygum.(syngur)‘Eitt runudíki varð mín grøv –‘

HAMLET: Men tú liggur ei; tú stendur í henni og lýgur.

GRAVARI: Og tú stendir ikki í henni og lýgur, so tí er hon ikki tín; eg liggi ikki í henni, men havi lagt meg á hana.

HAMLET: Tú hevur lagt teg á eina lygn, tí hatta, tú stendur í, er ikki fyri tey, ið standa, men bert fyri tey, ið liggja.

GRAVARI: Nú, legg ikki á meg. Tú fært tað so beint aftur í skallan.

HAMLET: Hvønn mann grevur tú hana til?

GRAVARI: Ongan, tygum.

HAMLET: Hvørja kvinnu, meðni?

GRAVARI: Heldur onga.

HAMLET: Men hvør skal jarðast her?

121

Page 122: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

GRAVARI: Ein, ið var ein kvinna; men, neyðardýrið, nú er hon deyð.

HAMLET: Hann er ikki til at snakka við. Vit mugu ansa hvørjum orði, ella verða vit púra vendir á høvdið. Tað veit Gud, Horatio, eg havi merkt tað tey seinastu trý árini, tíðin er vorðin so prippin at tærnar á bóndanum kitla harramannin í vírikarnar. Hvussu leingi hevur tú verið gravari?

GRAVARI: Av øllum ársins døgum, eg byrjaði júst tann dagin tá gamli Hamlet kongur vann á Fortinbras.

HAMLET: Hvussu langt síðani var tað?

GRAVARI: Veitst tú ikki so frægt? Tað veit hvørt neyt. Tað var jú tann dagin tá ungi Hamlet varð føddur – hann, ið bleiv ørur og varð sendur til Onglands.

HAMLET: Á so? Hví varð hann sendur til Onglands.

GRAVARI: Tí at hann var svakur; har skal hann fáa vitið aftur. Og um ikki, so ger tað ikki so stóran mun har.

HAMLET: Hví ikki?

GRAVARI: Tað hevði ikki sæst á honum, tí har er alt líka svakt.

HAMLET: Hvussu gjørdist hann ørur?

GRAVARI: Á ein sera løgnan hátt, sigst.

HAMLET: Hvussu tá, ‘løgnan’?

GRAVARI: Jú, tað var tað, at hann misti vitið.

HAMLET: Ja, men hvør var grundin?

GRAVARI: Grundin var hendan, tann danska. Eg havi grivið í henni, lærlingur og meistari, í tretivu ár. 82

HAMLET: Hvussu leingi liggur ein maður í jørðini áðrenn hann rotnar?

122

Page 123: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

GRAVARI: Ja, er hann ikki rotin áðrenn hann doyr – og vit síggja nógv so mogin, at tey nóg illa halda til at verða løgd í jørðina – so heldur hann eini átta ella níggju ár. Ein garvari heldur í níggju ár.

HAMLET: Hví hann longur enn aðrir?

GRAVARI: Tí húðin á honum er so garvað av starvinum hjá honum, at vatn sleppur ikki til í langa tíð, og vatnið, tú, tað rotar teg nakað so forbannað. Her er ein skøltur, hevur ligið í moldini í trý og tjúgu ár.

HAMLET: Hvør var hann?

GRAVARI: Eitt forbannað skítsvakt. Hvør heldur tú?

HAMLET: Nei, eg veit ikki.

GRAVARI: Ein pínadoyðs hopleysur banditt. Hann stoytti eina fløsku av reyðvíni í høvdið á mær einaferð. Hendan skøltin átti Yorick, tú, gekkurin hjá kongi.

HAMLET: Hesin?

Tekur skøltin.

GRAVARI: Akkurát hasin.

HAMLET: Nei, neyðars Yorick. Eg kendi hann, Horatio, ein skemtari sum fáur, dugdi altíð eina góða. Hann bar meg á bakinum minst túsund ferðir, og nú – bara at hugsa um tað. Alt vendir sær í mær. Her vóru varrarnar, eg havi mussað, eg veit ikki hvussu ofta. Hvar er alt speiið nú, alt tvætlið, sangirnir, og hittinorðini, ið fingu øll um borðið at sita í skellilátri? Einki kjaftaslit eftir, bara ein slitin kjaftur? Far tú í kamarið hjá frúuni, og sig henni, at hvussu tjúkt hon so málar uppá seg, soleiðis endar hon kortini. Fá hana at flenna at tí. Góði Horatio, sig mær eitt.

HORATIO: Ja, hvat?

HAMLET: Heldur tú, at Alexander 83 sjálvur sá soleiðis út í grøvini?

HORATIO: Ivist ikki í tí.

HAMLET: Og luktaði so illa? Puh!

123

Page 124: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

Leggur skøtin frá sær.

HORATIO: Ivist ei heldur í tí.

HAMLET: So lágt vit liggja øll til síðst, Horatio. Kundi ein kanska eisini hugsa sær, at dustið av Alexander sat sum proppur í eini tunnu?

HORATIO: Nú haldi eg tú gert í so nógv av.

HAMLET: Nei, nei, yvirhøvur ikki, eg hugsi bara soleiðis sum skilið leiðir meg. Alexander doyði, Alexander varð jarðaður, Alexander varð til dust, dustið er mold, úr moldini kemur leir, og kundi so júst tað leiri, hann varð, ikki verið nýtt til propp í tunnu?

‘Hin mikli Caesar nú er vorðin leir,Hann nýtast kann til propp og einki meir.Tað mikla leir, øll ræddust einaferð,Nú heldur úti vetrargjóstri her.’

Men tig, hygg har, hygg har, har kemur kongur,og drotning við og øll.

(Inn kemur líkfylgi við kistu. Prestur, Claudius, Gertrud, Laertes, o.o.) Hvørjum fylgja tey?So neyðarsligt eitt fylgi harafturat?Tað kundi verið tí, at hetta varein, ið forgjørdi sær. Men ein av ætt.Vit krógva okkum, lurta eina løtu.

LAERTES: Hvat er tað næsta nú at siga?

HAMLET: Hygg, hatta er Laertes. Ein fínur, ungur maður.

LAERTES: Hvat er tað næsta nú at siga?

PRESTUR: Nei, kirkjan loyvir ikki meir enn hetta;tí hennar’ deyði enn er ivamál.Um ei vit fingu kongaboð, so slapp honat búgva í tí jørð, sum óvígd vartil dómadag; og ongar bønir, barasmásteinar og grót hon fekk. Men her,hon hevur fingið jomfrúkrans og blómurog klokkur ringdu við. 84

124

Page 125: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

LAERTES: Og so er einki meir?

PRESTUR: Nei, einki meir.Tað vildi verið brot á allar reglurat sungið sálmar, givið henni samafrið sum onnur.

LAERTES: Legg hana í grøv.Og uppúr væna, reina líkið sprettablákollur. Men tú, tín bondski prestur, systir mín ein eingil verður, tá ið tú í heljum ýlir.

HAMLET: Hvat? Ofelia?

GERTRUD: Tað fagra til ta føgru; farvæl.(Stroyðir blómur)

Eg vónaði, tú gjørdist kona Hamlets;eg skuldi reitt tær brúðarsong, mín kæra,ei blómur stroytt á tína grøv.

LAERTES: Áh, trýfalttíggjufaldar plágur komi yvirforbrenda høvdið, sum við sínum óndugerðum tók títt vit og skil! Nei, bíðið!Eg fevni hana einaferð afturat.

(Loypir niður í grøvina)Nú, tveitið mold á livandi og deyð,til fjall tit hava gjørt, ið størri erenn gamla Pelion, ja, sjálvt Olympus, 85

ið blánaði á himni.

HAMLET: Hvør er hettaið ber so øgiliga sorg, at honkann steðga sjálvum gongustjørnunum,sum ræðsluslignar standa bert og lurta?Eg eri Hamlet, danakongsins sonur!

LAERTES: Fanin eigi teg!

Teir berjast.

125

Page 126: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Tú biður ljótt.Slepp takinum á kvørkrum mínum nú;eg eri ikki illsintur og kvikur,men eigi tó í mær ein vanda, sumtú skuldi vart teg fyri. Slepp mær so!

CLAUDIUS: Skil teir at!

GERTRUD: Nú, Hamlet!

ØLL: Gevist so!

HORATIO: Hoyr, góði, gevst nú.

HAMLET: Áh, um hetta skal eg berjast við hann,so leingi tað er lív í eygnalokunum.

GERTRUD: Áh, sonur mín, um hvat?

HAMLET: Eg elskaði Ofeliu. Fjørutitúsundbrøður áttu ei so nógvan kærleik,sum eg. Hvat vildi tú gjørt fyri hana?

CLAUDIUS: Nei, hann er ørur, Laertes.

GERTRUD: For Guds skyld, fyrigev honum.

HAMLET: For fanin, sig mær so, hvat hevði tú gjørt?Grátið? Sligist? Fastað? Skorið teg upp?Drukkið edikk? Svølgt eina krokodillu?Tað hevði eg. Og komst tú her at gráta,vísa teg sum betri mann, og leypaí grøvina og jarðaður livandi verða, eg gjørdi tað við. Og tosar tú um fjøll,so lat teir tveita merkur eftir merkurav mold á okkum, til tann svidni tindurfær Ossa fjall at líkjast eini pirru. 86

Eg eisini dugi at reypa.

126

Page 127: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

GERTRUD: Ørskapur!Eitt herðindi, ið varir eina løtu,og síðan, sum ein dúgva, tá ið hennar’ungar eru klaktir, fellur friðuraftur á hann.

HAMLET: Hoyr, hvat feilar tær?Hví fert tú við mær soleið’s? Sama ger.Sjálvt Herkules við megi síni kundiei steðga frensamjarri, goyggj av hundi. 87

Hamlet fer.

CLAUDIUS: Góði Horatio, ansa eftir honum.(Horatio fer.Við Laertes)

Gev tol, og minst til hitt, vit røddu um;tað verður hvørja løtu, bíða bert –Nú, Gertrud, set við soni tínum varðhald.Henda grøv skal fáa ein minnisvarða.Nú frið í eina løtu kunnu vit fá;Og síðani hendir tað, ið henda má.

Øll fara.

127

Page 128: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

MYND II:

Ein høll á borgini.Hamlet og Horatio koma.

HAMLET: Nóg mikið um tað. Men nú skalt tú hoyra um hitt –tú minnist, hvussu umstøðurnar vóru?

HORATIO: Jú, eg minnist væl.

HAMLET: Tað var, sum innaní mær var eitt stríð,so eg fekk ikki sovið; kendi megsum lá eg verri enn ein brotsmaðurí leinkjum. Brádliga – og takk og lovfyri brádlig innskot, tí tey oftabjarga illa gjørdum ætlanum.Tað vísir, at har er ein kraft sum lagar lívið til, tað sama hvussu vit so høgga og royna at skapa tað.

HORATIO: So víst.

HAMLET: Eg fór úr koyggini,í skipstroyggju eg trilvaði í myrkri,til teir eg fann, og pjøka teirra við,fór síðan aftur til mín sjálvs, og hareg dittaði mær til, so frekur var eg,at lesa boð teir høvdu, og har sá eg –á, hasin kongaligi fani – boðini,við nógvum ymiskum sløgum av góðum grundum,Danmarks trygd og Onglands við og alt,og har! Eg sjálvur stóð sum versta trøll,so gerast mátti skjótt, ei steðgast áso frægt at brýna øksina, men beintat høgga høvdið av mær.

HORATIO: Er tað satt?

128

Page 129: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Her stendur alt, les, tá tú hevur tíð.Men skal eg siga tær, hvat eg so gjørdi?

HORATIO: Ja, lat meg hoyra.

HAMLET: So har sat eg, í nótini púra fastur –men áðrenn eg fekk hugsa mær so frægt,so hevði heilin skrivað heilan leik –eg setti meg, nýggj boð eg skrivaði –í fagurskrift enntá. Og eg helt fyrr,sum okkar’ tingmenn, at at skriva pent,var fjas, og royndi listina at gloyma,men nú hon kom væl við. Og vilt tú hoyratað, eg skrivaði?

HORATIO: Tað vil eg fegin.

HAMLET: So álvarsligt og avgjørt skriv frá kongi,til Onglands kong, ið skyldar okkum heiður:um trúgv skal blóma enn ímillum lond,um friður enn við hveitikransi krýndurskal standa sum eitt komma88 millum tjóðir,og so nógv onnur ‘um’, og annað slíkt, og boð um, tá hann skrivið hevur lisið,við ongum undanførslum ella kjaki,at taka teir av døgum beinanvegsum bera skrivið, uttan skriftamál.

HORATIO: Men hvussu gjørdi tú við innsiglið?

HAMLET: Har himinin enn eina ferð mær hjálpti.Eg hevði ring hjá faðir mínum hjá mær,ið nýttur var til kongaliga sigil,lat skrivið aftur so tað líktist hinum,eg undirskrivaði og seglaði,og legði tað so aftur. Býtisbarniðeingin sá. Og dagin eftir kom soálopið, og alt um tað tú veitst.

HORATIO: So Rósinkrans og Gyllinstorn eru farnir?

129

Page 130: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: For tramin, ynsktu teir sær ikki starvið?Eg leggi ei í teir, teir løgdu sjálvirhetta á seg sjálvar. Soleiðis gongurtá ið tú leggur teg í slíkt sum størrier enn sjálvur tú.

HORATIO: Er hatta ein kongur?

HAMLET: Kom, sig mær, er tað ikki nú mín skylda –hann kongin drap og gjørdi mammu til horu,meg trokaði hann burtur, valdi seg sjálvantil kong, og legði lúnskar fellur fyriat fáa lívið av mær – er tað ei rætt,at drepa hann við hesi hond? Og skeivtat lata handa forbrenda svullin livaog gera meira ilt?

HORATIO: Hann tíðindi úr Onglandi man fáaskjótt um hvat viðurfarist er harniðri.

HAMLET: Ja, skjótt. Men løtuna eg eigi nú;og lívið er at telja uppí eitt. 89

Men eg má siga at tað plágar meg,at eg í ørskapi leyp á Laertes;tí, eins og eg síggi meg sjálvan og mína søkso síggi eg hansara við. Hann er ein vinur.Tað var bara reypi í sorg, ið østimeg upp í slíkar hæddir.

HORATIO: Hvør er har?

Osric, ein hovmaður, kemur.

OSRIC: Væl afturkomin higar, tygar hátign.

HAMLET: Takk fyri. Kennir tú henda grindalokkin?

HORATIO: Nei, eg kenni hann ikki.

130

Page 131: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: So var tað ein dygd hjá tær, tí hesin er ein last at kenna. Hann eigur nógva, hartil góða jørð. Kann neytið vera ovastur hjá neytum, so stendur hansar’ krubba við kongsins borð. Hann er ein likka, og hann er eisini fullur í lorti.

OSRIC: Nú, tygum, um tað liggur fyri, havi eg boð at bera frá hansara hátign.

HAMLET: Eg skal lurta, av øllum mínum hjarta. Men set hattin har hann eigur: á høvdið.

OSRIC: Takk fyri, tygum, men tað er nakað heitt.

HAMLET: Nei, nei, t’er kalt. Hann er í norðan.

OSRIC: Júst so, sera kalt, tygum, jú, t’er rætt.

HAMLET: Men lýtt allíkavæl, og nakað kvalið, haldið eg.

OSRIC: Júst so, t’er lýtt, men kortini – ja, líka veit eg – nei, lat meg einki siga. Men nú er tað so, tygum, at hátignin hevur veddað, lagt eina stóra upphædd, á tygara dugnaskap. Tað er soleiðis, at –

HAMLET: Nú, minst til hattin.

OSRIC: Ja, men, tygum, loyvið mær, eg biðið tygum. Nú er tað so, at nýliga er higar komin Laertes – og trúgv mær, hann er rættur maður, so fullur í dygdum, so sera høviskur og fryntligur við. Ja, skuldi eg sagt júst hvat eg haldi um hann, so er hann bæði kumpass og kort hjá aðali, tí í honum finnur tú alla verðina hjá einum røttum verðinsmanni.

HAMLET: Og tygum, einki minka tygum um hann við hesi føgru lýsing, og at fari at upprokna allar dygdir hans’, tað hevði heilans roknibók so púra gjørt í ørviti, og kortini so hevði hann so skjótt siglt undan tær; men sannleikin í lovprísan tíni sigur mær, at hetta er ein sál av størsta virði, og við slíkum eginleikum, at hann ikki samanberast kann við nakað annað enn sína egnu spegilsmynd, og hvør kann fylgja honum annar enn hans egni skuggi, eingin annar.

OSRIC: Tygum raktu seymin so vakurt á høvdið.

HAMLET: Men orsøkin, tygum? Hví balla vit henda mikla mann inn í okkar’ meira ráða andadrátt?

OSRIC: Orsaka?

131

Page 132: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HORATIO: Er tað ikki møguligt at skilja málið, tá ein annar tosar tað? Tað máttu tygum duga.

HAMLET: Hvør er grundin til at rósa hesum heiðursmanni so?

OSRIC: Laertes?

HORATIO: Nú var uppi, øll tey gyltu orðini brúkt.

HAMLET: Ja, hann, tygum.

OSRIC: Eg veit, at tygum eru ikki óvitandi -

HAMLET: Ja, hevði tað verið so væl. Men um tú visti ella ei, tað gjørdi ikki mær so nógvan mun. Nú, tygum?

OSRIC: Tygum eru ikki óvitandi, um dugnaskapin hjá Laertes –

HAMLET: Tað vildi eg ikki sagt, uttan so at eg skuldi samanborið meg við hann; at kenna ein mann væl er jú at kenna seg sjálvan.

OSRIC: Eg meinti dugnaskap við vápnum, tygum; at døma eftir umrøðu, hann hevur fingið, er eingin, ið kann samanberast við hann.

HAMLET: Og hvat er hansar’ vápn?

OSRIC: Knívur og korða.

HAMLET: Hatta vóru tvey, men lat tað fara.

OSRIC: Kongur, tygum, hevur veddað seks arabiskar hestar, og ímóti hevur Laertes pantað seks franskar korður og knívar, við øllum sum hoyrir til, slíðrar, reim og so framvegis. Trí av upphongslunum eru, álvaratos, eisini sera vøkur, hóska væl til skøftini, sera fín upphongsl, vakurt prýdd.

HAMLET: Hvat er tað, tú rópar upphongsl?

HORATIO: Eg visti, tú fórt at skeita í orðabókina áðrenn vit vóru lidnir.

OSRIC: Upphongsl, tygum, tað eru akslareimar.

132

Page 133: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Tað hevði hóskað betur, um vit skuldu dragsa kanónir við okkum – lat okkum heldur siga akslareimar til tá. Men sama ger. Seks arabarahestar móti seks fronskum korðum við tilhoyri, og trý øgiliga fín upphongsl – tað stendur á millum danar og fraklendigar. Og hví er hetta – pantað, sum tú rópar tað?

OSRIC: Kongur, tygum, hevur veddað, tygum, at í einum dysti í tólv umførum millum tygum sjálvan og Laertes, fer hann ikki at vinna við meir enn trimum beinum stoytum; hann hevur veddað tólv ímóti níggju; og dysturin kann fara fram nú skjótast gjørligt, um tygum høvdu vilja gjørt so væl at bent mær á eitt aftursvar.

HAMLET: Og um eg svarið ‘nei’?

OSRIC: Eg meinti, svara okkum, um tygum vilja stilla upp sum mótstøðumaður.

HAMLET: Hoyr, eg gangi her í høllini. Um kongur leggur í, so er hetta tíðin á degnum tá eg plagi at venja. Komið við korðunum, um Laertes vil, og eftir kongsins ynski skal eg royna at vinna fyri hann; um ikki tapi eg ikki annað enn skomm og nøkur sløg.

OSRIC: Skal eg bera tey boðini?

HAMLET: Júst so, og ger akkurát so nógv burturúr sum tygum hava hug til.

OSRIC: Eg biði tygum so um loyvi, tygum.

HAMLET: Tygum, tygum.(Osric fer.)

Gott hann biður um tað sjálvur. Eingin hevði biðið fyri hann.

HORATIO: Og har fór vípupisan rennandi við eggjaskali á høvdinum. 90

HAMLET: Hann bukkaði fyri boppuni áðrenn hann seyg hana. Hann hevur – sum so nógv úr sama meingi, sum eg veit vár viljaleysu tíð jú er so góð við – bara lært seg tónan í tíðini, ogna sær eitt innantómt skal av vitan. So flúgva tey við best dámdu, mest uppgjørdu meiningunum; men blás bert á tey, so brestur bløðran.

Ein hovmaður kemur.

HOVMAÐUR:Tygum, hansar’ hátign sendi tygum eina heilsan við unga Osric, sum bar boðini aftur, at tygum bíða her í høllini. Kongur spyr, um tygum vilja hitta Laertes í einum dysti nú, ella um tygum vilja bíða.

133

Page 134: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Eg standi við tað, eg segði, alt eftir kongsins ynski. Tá hann er til reiðar, eri eg tað eisini, nú ella nær tað skal verða, eg verði ikki nógv betur fyri enn eg eri.

HOVMAÐUR:Kongur og drotning og øll koma oman.

HAMLET: Eg gleði meg.

HOVMAÐUR:Hennara hátign ynskir, at tygum verða vinarligur við Laertes áðrenn dystin.

HAMLET: Tað vóru góð ráð.

Hovmaðurin fer.

HORATIO: Tú fert at tapa, óttist eg.

HAMLET: Eg haldi ikki; síðan hann fór til Fraklands havi eg vant nógv. Eg vinni undir hesum treytum. Men tú veitst ikki, hvussu sjúkur eg eri um hjartað. Aja, lat fara.

HORATIO: Men, hoyr –

HAMLET: T’er bara fjas, tað er ein slíkur varhugi, sum kanska konufólk kann taka fyri fult.

HORATIO: Um tað er okkurt við hesum, tær ikki dámar, so sig tað. Eg skal fara til tey, og siga, tú ert sjúkur.

HAMLET: Ikki tað sum eitur, at eg fari at laga meg eftir einum varhuga. Ikki fellur ein spurvur til jarðar, uttan at forsjónin er við. Um tað er nú, so verður tað ikki seinni; verður tað ikki seinni, so verður tað nú; verður tað ikki nú, so verður tað tó einaferð. Tað ræður um at altíð vera til reiðar. Eingin veit nakað, um nakað, ið hann legði eftir, so hvat um tað legðist eftir nakað tíðliga? Sama ger.

Lúðraljóð og trummur.Claudius, Gertrud, Laertes, Osric og onnur koma. Stólar verða settir upp, og eitt borð við korðum og knívum.

CLAUDIUS: Kom, Hamlet, kom og tak í hesa hond.

Leggur hondina á Laertes í hondina á Hamlet.

134

Page 135: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Eg biði teg um fyrigeving, gjørditær órætt; men tú fyrigevur mær,so stórur maður ert tú. Øll her vita,tú hevur hoyrt, eg eri plágaðurav ørsku. Tað, eg gjørdi, ið kann øsa náttúru og heiðurskenslu tínaso harðliga, tað var mín sálarsjúka.Gjørdi Hamlet Laertes nakað? Nei!Tí Hamlet var ikki Hamlet, men var burtur,og gjørdi ein órætt, tá hann ei var seg sjálvur.So Hamlet gjørdi tað ikki, Hamlet noktar.Hvør var tað so, meðni? Sjúkan. Um t’er so,var Hamlet so ikki fyri órætti við?Sjúkan er fíggindi hjá neyðars Hamlet.Nú, frammanfyri øllum,eg sigi eg var ósekur í øllumóndskapi, eins og ein maður sumskeyt upp um húsið píl sín og so raktiegna bróður sín.

LAERTES: Eg eri nøgdur.Mítt hjarta vildi bara hava hevnd.Men æran stendur enn og ridlar her, og verður ikki nøgd til eldri harrar,ið hava skil á slíkum, gera megog navn mítt frítt av ringum orðum. Mentil tá, eg taki fegin móti tínumvinarlagi, vil tær einki ilt. 91

HAMLET: Tað gleðir meg at hoyra; nú vit dystast,brøðradyst og vinardyst; kom her!Hvar eru svørðini? Nú, kom nú, her!

LAERTES: Drag mær eitt svørð.

HAMLET: Eg dragi svart ímóti tær, Laertes;títt kynstur fer at lýsa sum ein stjørnaí myrku nátt.

LAERTES: Hvat, spottar tú meg nú?

135

Page 136: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Nei, svørji við mína hond.

CLAUDIUS: Nú, Osric, kom við svørðunum. Og Hamlet,tú veitst, vit hava vedda?

HAMLET: Jú, eg veit.Og kongur veddaði, at tann veikari vinnur.

CLAUDIUS: Nei, eg havi sæð tykkum báðar, veit sum er.Annar fær fyrimun, tí at hin er betri.

LAERTES: Hetta er ov tungt, lat meg fáa eitt annað.

HAMLET: Mær dámar væl hetta. Er longdin tann sama?

OSRIC: Jú, hon er

Teir gera seg til reiðar.Tænarar koma við víni.

CLAUDIUS: Setið mær steypini her á borðið, soum Hamlet fær hin fyrsta stoytin ellatann næsta, ella rakar við tí triðja,skjóti so allar kanónir á skansanum:kongur skal skála fyri Hamlet, og tveitaí steypið eina perlu dýrari,enn sitið á danskari kongakrúnu hevurí fýra ættarlið – ja, steypini.Nú, slái trummur, ýli lúðrar so,og lúðrar hoyrist út á borgargarð,og skjóti so kanónir upp til skýggja:‘Kongur skálar fyri Hamlet.’ Byrji!Og dómarar, tit verið varnir við.

HAMLET: Nú, kom so.

LAERTES: Ja, kom so!

Teir fektast.

136

Page 137: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Eitt.

LAERTES: Nei.

HAMLET: Dómarin?

OSRIC: Jú, hann rakti, púra víst hann rakti.

LAERTES: So. Umaftur.

CLAUDIUS: Bíða; okkurt at drekka. Hamlet, hendan perlan er tín.Fyri tína heilsu.

(Lúðrar og kanónir ljóða) Rætt honum steypið.

HAMLET: Nei, enn eitt umfar fyrst. Set tað til viks.Kom!

(Teir fektast.)Rakti aftur! Nú, hvat sigur tú?

LAERTES: Tú rakti, jú. Eg viðgangi.

CLAUDIUS: Sonur okkara vinnur.

GERTRUD: Men hann sveittar.Hamlet, her, eitt lummaturriklæð.Drotningin skal skála fyri tær.

HAMLET: Takk, tygum.

CLAUDIUS: Ikki drekka, Gertrud.

GERTRUD: Á jú, eg geri, um tú fyrigevur.

Hon drekkur, rættir síðani Hamlet steypið.

CLAUDIUS: (fyri seg sjálvan)Tað eitraða steypið. Og nú er ov seint.

HAMLET: Nei, eg skal ikki hava enn. Bíða.

137

Page 138: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

GERTRUD: Nú kom, og lat meg turka tær um ennið.

LAERTES: (við Claudius)Hesuferð raki eg hann.

CLAUDIUS: Eg trúgvi ikki.

LAERTES: (fyri seg sjálvan)Men tað er móti samvitskuni, tó.

HAMLET: Laertes, triðja umfar. Kom, tú spælirbara, brúka alla tína megi.Tú arbeiðir uppá meg, haldi eg.

LAERTES: Heldur tú? Lat okkum fáa at síggja.

Teir fektast.

OSRIC: Nei, hvørgin rakti.

LAERTES: Nú fært tú!

Laertes særir Hamlet; teir berjast, og í rokinum verða svørðini býtt um.

CLAUDIUS: Skil teir at, teir eru óðir.

HAMLET: Nei, kom aftur.

Drotningin dettur.

OSRIC: Ansa eftir! Drotningin!

Hamlet særir Laertes.

HORATIO: Báðir bløða! Hvussu stendur til hjá tær?

OSRIC: Hvussu gongur, Laertes?

LAERTES: Í míni egnu snaru fangaður.Dripin, Osric, av mínum egna sviki.

138

Page 139: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

HAMLET: Hvat er við drotningini?

CLAUDIUS: Svímaði,tá hon sá tykkum báðar bløða.

GERTRUD: Nei!Nei! Steypið, steypið, Hamlet, góði Hamlet.Tað er vínið! Vínið, tað er eitrað.

Hon doyr.

HAMLET: Á, svíkjarar! Hey! Læsi dyrnar skjótt!Hvar er svikið? Hvar?

LAERTES: T’er her, beint her. Á, Hamlet, tú ert dripin;tað finst ei heilivágur, ið kann hjálpa;og tú ert deyður innan hálvan tíma.Tað er har, svikið, har í tíni hond,ei bara hvest, men eitrað við, og hereg liggi, tí tað vendist aftur á meg,og farin eri eg. Og eitrað viðer mamma tín. T’er kongur, tað var kongur.

HAMLET: Oddur – og við gift! Ger tað tú skalt!

Stingur Claudius

ØLL: Landasvik!

CLAUDIUS: Á, hjálpi mær! Eg eri bara særdur.

HAMLET: Hygg her, forbrendi mordari og bukkur.Drekk hetta, hetta er títt giftarmál!Far so við mammu.

Hann noyðir Claudius at drekka úr steypinum. Claudius doyr.

LAERTES: Uppiborðin revsing.Giftin var hans’ egna bland. Nú, Hamlet,kunnu vit fyrigeva hvørjum øðrum?Tú eigur onga skuld fyri pápa og meg,

139

Page 140: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

eg eigi onga fyri teg.

Hann doyr.

HAMLET: Himmalin gevi tær grið. Eg komi við.Eg doyggi, Horatio. Neyðars drotning, farvæl.Men tit, ið standa bleik og skelvandi,áskoðarar til alt, so tigandi, 92

um eg bert hevði tíð – men strangi deyðingevur ikki loyvi – á, eg kunditosa – líkamikið. Farið alt. Horatio, tú livir! Lat tey vita,alt um meg og mína søk

HORATIO: Nei, bíða,Eg eri meira rómverji enn dani, 93

ein dropi eftir er.

HAMLET: Nei, ver ein maður!Gev mær steypið; slepp nú, pínadoyð;Horatio, ringt orð eg fái á megog navn mítt, vil ei nakar tala at.So tala, vart tú góður við meg, ikkifara beint til himmals, men koyr á,statt stinnur her í verðini av pínu,fortel teimum um meg.

(Larmur og skot uttanfyri) Hvat er nú hatta?

Osric kemur.

OSRIC: Her Fortinbras er komin, sigurssælurúr Póllandi. Teir skjóta fyri Onglandssendimonnum.

HAMLET: Eg eri farin, Horatio.Tað sterka eitrið syndrar mína sál.Eg fari ei at hoyra tíðindiúr Onglandi, men val mítt fellur á hann Fortinbras. Hann eigur mína deyðuatkvøðu. Og sig honum, hvat hendi,

140

Page 141: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

sig frá um meg – og restin bert er tøgn.

Hann doyr.

HORATIO: Her brast eitt vakurt hjarta. Góðanátt;Og einglaskarðar syngið teg í frið.

(Trummur uttanfyri)Hví koma hesar trummur her?

Fortinbras, sendimenn úr Onglandi og hermenn koma, við trummum og fløggum.

FORTINBRAS:Hvat er at síggja her?

HORATIO: Hvat vilt tú síggja?Sorgarleik og ræðslu, hygg so her.

FORTINBRAS:Tað ræðuliga mannfall. Hvat vil deyðin,har í ævinleika? Halda veitslu?At so nógv hábærslig í einum fóru,so blóðiga.

FYRSTI SENDIMAÐUR:Tann øgiliga sjón;

vit komu alt ov seint úr Onglandi.Her eru eingi oyru nú at hoyraat boðini, hann sendi, vórðu fullførd:deyðir Rósinkrans og Gyllinstorn.Hvør takkar okkum?

HORATIO: Tað ger ikki hann,ei heldur um hann átti rødd at takka,hann gav ei boðini um teirra deyð.Men nú tit eru komnir her í blóðbað,úr pólskum stríði og úr Onglandi,gev boðini, at hesir kroppar verðaá hægsta pallin lagdir, so øll síggja,og lat meg siga øllum, ið ei vita,hvat hendi. Og tit skulu hoyra um

141

Page 142: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

tær gerðir, beint mót’ náttúruni vóru,tilvildarligan dóm og lógleys morð,um deyða, svik og misnýtslu av valdi,og hvussu alt í síðsta enda raktiupphavsmannin. Hesum kann eg greiðafrá so trúliga. 94

FORTINBRAS: Eg lurtið fegin,og biðið allar ríkismenn at hoyra.Við sorg eg síggi eydnu mína her.Eg eigi rætt til hetta kongaríkið,lagnan býður mær at krevja hann.

HORATIO: Eg havi nakað aftr’at at siga um tað,eg fekk júst orð frá honum, ið her liggur.Lat okkum gera skjótt, ímeðan fólkenn uppøst eru, so at ikki fleirimisgerðir her henda.

FORTINBRAS: Fýra mansnú beri Hamlet upp á pallin her,tí uttan iva, um hann hevði livað mest kongaligur var hann tá av øllum.Til hansar’ jarðarferð tit spæli hartog ljódligt, tað til hansar’ heiður verið.Nú, taki líkini upp. Tey hóska vælá krígsvølli, men ei í kongasal.Bið hermenninar skjóta. 95

Øll fara, líkini verða borðin út.Skot verða latin av.

FINIS

142

Page 143: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

1FYRSTI TÁTTUR, MYND I:

Vanlig pátrúgv var, at spøkilsi og afturgongur talaðu ikki, um ikki varð talað við tær. Harafturat skuldi sigast okkurt ávíst, og eftirsum Horatio er lærdur, átti hann at duga tað.2 Hví skulu júst póllendingar kríggjast á ísi? Kanska høvundurin hevur hildið, at Pólland hevði okkurt við Norðpólin at gera. Sum heild er ikki nógv skil á landalæruni, men fyri søguna sjálva hevur tað jú einki at siga.3 Fortinbras prinsur verður nevndur áðrenn Hamlet. Tað kann hava nakað við at gera, at Fortinbras at enda stendur eftir sum arvingur til ríkið. Fortinbras og Hamlet líkjast, í tí at báðir hava mist faðirin. Munurin millum teir er, at Fortinbras leggur beint í vaðið, meðan Hamlet ivast og bíðar. 4 Mánin, ið jú ávirkar flóð og fjøru, (Neptuns ríkið) var hildin at vera ein gongustjørna av vatni.

FYRSTI TÁTTUR, MYND II:

5 Claudius nýtir sjálvhátíðarliga tað ‘kongaliga fleirtalið.’ 6 Tað kemur ikki týðuliga fram, men var tó vanligt á Sakespeare’s døgum, at kongafylgjan ikki gekk púra beinleiðis frá faðiri til son, men ríkisstjórnin skipaði fyri og valdi, tann, ið best var hildin at vera egnaður til konga. 7 Claudius er øðrvísi kongur enn bróður sín; hann fær frið í lag við Noreg, ístaðin fyri at bara stríðast. Tó vil høvundurin ikki leggja dent á, um tað er tí at Claudius er ein betri ríkisleiðari ella um hann er ein ræðuskítur. Hamlet heldur eitt – men áskoðarin kann eisini halda hitt.8 Hamlet vísir sjálvandi til illveðri og skuggan, men eisini til at ætt hansara er vorðin skeiv, nú Claudius er stjúkpápi hansara.9 Hetta er eitt høvuðsevni í leikinum; Hamlet sær øll rundanum seg sum slík, ið bara sýnast og gera seg upp, meðan hann sjálvur roynir at vera erligur og vera júst tann, hann er. 10 Longu frá byrjan setir Hamlet teir stóru spurningarnar: hví eru vit til? Hvat er ætlanin við øllum? Kjøtið er einki vert, men er samstundis ov seigt til at upploysast sum døgg.11 Nioba í griksku gudalæruni átti 12 børn; men av tí at hon reypaði ov nógv av teimum, drupu gudarnir øll. Nioba græt seg seg sjálva í stein, og síðan rann salt vatn altíð úr klettinum.12 Hamlet sýnir frá fyrstantíð, at hann ger ikki mun á fólki. Hann tosar við vaktarmenn, tænarar og aðalsmenn á sama hátt.13 Úfrá samrøðunum millum teir skilst, at Horatio ikki er dani. Hann hevur lisið saman við Hamlet á lærda háskúlanum í Wittenberg, men hvaðani hann er, er ógreitt. Tað ger eisini tað sama fyri søguna. Horatio er hin trúgvi vinmaðurin, og á ein hátt umboðar hann eisini rithøvundan, eftirsum Hamlet í endanum á leikinum biður hann siga søguna, sum hon trúliga hendi.14 ‘Okkurt annað við,’ t.v.s. moydómin.

FYRSTI TÁTTUR, MYND IV:15 Shakespeare hevur, eftir øllum at døma, ongantíð verið í Danmark.16 Í grikskari gudalæru hevði leyvan í Nemea so sterkt skinn, at vápn bitu ikki á tí. Herakles drap hana at enda við at sláa hana vitleysa, og síðan kvala hana.17

FYRSTI TÁTTUR, MYND V: Hóast Onlgand, um tað mundið tá leikurin varð skrivaður, hevði verið lutheranskt í eini sjeyti ár, so eru ímyndirnar katólskar; skerseldurin var har, ið sálirnar píndust í ævigum eldi, tosta og svongd, til syndirnar vórðu brendar burtur. 18 Í griksi gudalæruni var Lethe ein av teimum fimm áunum í Hades; tann, ið drakk vatn úr Lethe gjørdist gloymskur og dølskur.19 Eftir øllum at døma er Marsellur sera snjallur, og Hamlet rópar hann tí ein falk. Tað kann vera nakað, ið sjónleikarar hava funnið uppá í framførslu, og er síðan komið við í uppskriftina av leikinum.20 ‘Her og allastaðni.’

ANNAR TÁTTUR, MYND I:21 Eftir øllum at døma, er long tíð gingin millum fyrsta og annan tátt. Laertes er komin til Fraklands, og hevur verið har so mikið leingi, at Polonius heldur, hann skal senda honum eyka pengar. Samstundis sendir hann eisini ein njósnara, at vita hvussu hann skikkar sær. Hetta gongur ígjøgnum allan leikin, eingin er nakrantíð tryggur, tað standa altíð njósnarar onkustaðni aftanfyri. 22 Polonius nýtir ofta fisk ella fugl og ‘snarur’ og ‘agn’ sum myndamál; hansara starv er týðuliga at finna fram til sannleika gjøgnum lygnir og lump, sum tann rætti polittikarin hann er.23 Hetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn, og tí tað kundi, sum so ofta, týtt uppá at høvundurin ikki leggur í tíðarfesting, men letur alt fara fram so sum tað tykist best, og ikki eftir so sum ein ávís tíðarfesting vildi.

ANNAR TÁTTUR, MYND II:24 Eftir øllum at døma trýr høvundin, at Danmark liggur ímillum Noreg og Pólland. Sum áður sagt, tað er ikki nógv skil á landafrøðini, men tað hevur einki at siga fyri søguna.

Page 144: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

25 Hamlet nýtir myndamálið hjá Poloniusi sjálvum um fisk og fugl, og roynir at fáa hann at vera erligan um tað, at hann nýtir dóttir sína sum agn, ella njósnara.26 Týdningurin kann bæði vera, at tænastan er ræðuliga vánalig, men eisini at hann verður øgiliga væl eftiransaður. Hamlet hevur longu skilt, at Rósinkrans og Gyllinstorn eru komnir at njósnast eftir honum.27 Aftur ein dupulttýdningur: Tað minsta, tit kundu gjørt var at sagt mær hvat tit gera her, ella: tað, at siga sannleikan er tað, sum hevur minst týdning fyri tykkum.28 Vísir til hóttanina frá Fortinbras, men samstundis vísir høvundin til uppreisturin hjá jallinum av Essex í 1600, sum førdi til at fleiri leikhús vórðu stongd.29 Júst um hetta mundið var ein bólkur samansettur av ungum kórdreingjum sera væl dámdur í London. Teir framførdu satiriskar leikir, eitt slag av kabarettum, og gjørdu serliga nógv gjøldur burturúr teimum eldru sjónleikarunum, sum Shakespeare jú var ein partur av. ‘Sjálvt teir, ið ganga við korðu...’ vísir til, at sjálvt harramenn tordu nóg illa at fara til vanligan sjónleik, um kanska teir so vórðu gjørdir til láturs av teimum, ið skrivaðu fyri hesar kórdreingir.30 ‘The Globe’ leikhúsið hjá Shakespeare hevði sum merki mynd av Herkules, ið ber jarðarklótuna.31 Shakespeare dugir, sum ikki einaferð, at fáa tað aktuella at passa inn í sín leik; fólkayndið er ikki til at rokna við, og eins og kórdreingirnir ikki eru rættir sjónleikarar, er Claudius ikki ein rættur kongur.32 Báðir vóru rómverskir høvundar; Seneca var serstakliga torskildur og háfloygdur, meðan Plautus skrivaði lættar skemtileikir.33 Jefta í Dómarabókini, kapittul 11,lovaði Gudi, at um hann vann sigur á Amonittum, skuldi hann ofra tað fyrsta, ið kom ímóti honum tá hann vendi heim. Hann hevði roknað við, at hundur hansara varð fyrstur, sum vanligt, men hesuferð var einasta dóttir hansara fyrst, og tí varð hann noyddur at ofra hana.34 Sjónleikarar á Shakespeares’ døgum vóru allir sjálvandi mannfólk.35 Kvinnuleiklutirnir vóru aloftast spældir av ungum dreingjum, og hesin er nú vorðin so stórur, at vandi er fyri at røddin broytist mitt í leiki.36 Fraklendingar vóru kendir sum serstakliga dugnaligir falkavenjarar.37 Æneas kom úr Troja og grundlegði Italia. Dido var drotning hansara.38 Priamus var kongur í Troja, og í Illiónskvæðinum verður hann dripin av soni Akkileus, Pyrrhus.39 Tað er ikki vist, um Shakespeare sjálvur hevur yrkt ørindini um Pyrrhus og Priamus, ella um hann hevur lænt tey úr onkrum øðrum leiki. Leikir um kríggið í Troja vóru vanligir og væl dámdir.40 Hekuba var drotning Priamusar.

TRIÐI TÁTTUR, MYND I:41 Hetta er fyrsta ábending um, at Claudius veruliga er sekur.42 Tann kendasta einarøðan í sjónleikarsøguni yvirhøvur er kanska ikki so løtt at skilja sum hon tykist. Í fyrstu atløgu er ‘at vera ella ikki at vera’ ein spurningur um at vera til ella ikki; er lívið vert at liva, ella skal ein bara gera enda á sær? Kortini ber eisini til at skilja røðuna sum, at tað ‘at vera’ merkir, at gera uppgávuna ein hevur fingið (t.v.s. hevndin) og ‘ikki vera’ merkir, at ikki gera uppgávuna og bara liva lív sítt. ‘Uppgávan’ er lívisins meining, so at gera hana endar eisini lívið; men at ikki gera hana merkir, at bara liva í viðfáningi. Hvat er lívið, um tað ikki hevur meining, og hvat er deyðin so? Hamlet setir spurningar, men hann hevur einki svar til nakran.43 ‘Get thee to a nunnery.’ Tað hevur verið ført fram, at ‘Nunnery’ ikki bara merkti kleystur, men kundi eisini verða nýtt skemtiliga um skøkjuhús. Tað gevur kortini ikki rættiliga nakran týdning í ti sum kemur, at Hamlet biður Ofeliu verða skøkju. Tvørturímóti, hann biður hana verða nonna og jomfrú alt lívið, og ongantíð seta børn í verðina, tí verðin, eftir hansara tykki, er ikki eitt liviligt stað.44 Í uppsetingum er ofta vanligt, at Hamlet her varnast njósnararnar, Polonius og Claudius, kanska av einum ljóði. Hann roynir tí Ofeliu, og hon velur at vera trúgv ímóti pápanum og svíkja Hamlet.45 Tvs. gera til hannrei. Eftir Hamlets’ tykki kunnu konufólk ikki vera trúgv.

TRIÐI TÁTTUR, MYND II:46 Hesi eru øll góð ráð, ið sjónleikarar tann dag í dag kunnu taka til sín. Tað verður hildið, at Shakespeare í brotunum við sjónleikarbólkinum ger gjøldur burturúr kappingarneytum sínum, ‘The Admirals Men,’ og ein kann lættliga hugsa sær, at teir í framførsluni gera alt skeivt og beint ímóti boðum Hamlets.47 Vulkan var rómverski smiðjugudurin.48 Tað var hildið, at kameleónin livdi bara av luft.49 Tað er sannlíkt, at teir somu leikararnir, ið spældu ávíkavíst Polonius og Hamlet í 1601, spældu Caesar og Brutus, tá leikurin Julius Caesar varð framførdur í 1599.50 Eingin veit rætttiliga, hvat meinast við viðvíkjandi hesum ruggu-hestinum. Allarhelst hevur tað verið okkurt, sum var uppi í tíðini.51 Hetta langa brotið úr ‘leikinum í leikinum’ er uttan iva skriva fyri at gera gjøldur burturúr øðrum leikbólkum, kanska serliga ‘The Admirals men.’ Tað er skriva í sera gamalsligum stíli, við stirvnum ørindislag og undarligum orðingum, heilt øðrvísi enn ‘Hamlet’ annars. Foibus er sólin, Neptun havið og Tellus er jørðin.52 Hekata varð griksk gudinna, oftast samanbundin við gand og svarta list.53 Rímið skuldi sjálvandi verið ‘lort.’ Men hin stolti og fáfongdi páfuglurin hóskar betri til Claudius, eftir Hamlet’s tykki.54 Hendurnar og fingrarnir; Hamlet kanska heilt bókstaviliga ‘heldur um’ Rósinkrans.

Page 145: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

55 ‘Meðan grasið grør svølta hestarnir,’ ljóðar orðatakið.56 Nero keisari var milllum annað kendur fyri at hava dripið mammu sína.

TRIÐI TÁTTUR, MYND III:57 Elsta arvasyndin, tá ið Káin drap bróður sín Ábal.

TRIÐDI TÁTTUR, MYND IV:58 So ólíkt honum annars ger Hamlet skjótt av, og stingur. ‘Ein rotta’ kann vísa til leikin ‘Rottufellan’, og at hann heldur tað vera Claudius, ið er fjaldur. ‘Deyð fyri eina krónu’ vísir allarhelst til, at rottufangarar fingu ávíst krónutal fyri hvørja einstaka rottu.59 Padda, flogmús og frensur vóru øll sett í samband við gand. Hamlet vísir á Claudius, sum ein, ið er í sambandi við illamann.60 Ein gomul søga var, um apuna, sum sá eitt fuglabúr, og helt at búrið var tað, ið gjørdi at fuglarnir flugu. Hon setti seg í búrið og leyp síðan út, datt niður og breyt háslin. Hamlet ávarðar mammu sína um, at ikki ‘lata búrið upp,’ at einki siga um hann.

FJÓRÐI TÁTTUR, MYND I:61 Tað er mest sannlíkt, at henda leikmynd, hóast brotið í táttunum, fer fram í sama kamarið, og beint eftir at Hamlet er farin við líkinum av Poloniusi. Táttarbrotini finnast ikki í eldru uppskriftunum, men eru komin til seinni.62 Enn eitt prógv um, at Shakespeare ongantíð hevur verið í Danmark.

FJÓRÐI TÁTTUR, MYND II:63 Vísir sjálvandi til: ‘Av mold ert tú komin, at mold skalt tú verða.’

FJÓRÐI TÁTTUR, MYND III:64 EinS og í 2/II nýtir Hamlet maðkin og agni sum myndamál; hvussu nógv er ein kongur verdur, tá hann eins og biddarin verður etin av maðkum til seinast?65 Eins og einglarnir vita um alt, sum hendir á jørð, so hevur Hamlet ein illgruna um, hvat kongur ætlar við honum.

FJÓRÐI TÁTTUR, MYND IV:66 Nústaðni nú kemur Fortinbras á pall, sum hevur verið so nógv umtalaður. Hamlet og hann líkjast, eftirsum báðir hava mist faðir sín, og í hesi stuttu leikmynd, vekist hevndarhugurin hjá Hamlet aftur av eldhuganum hjá Fortinbras.

FJÓRÐI TÁTTUR, MYND V:67 Gertrud hevur ikki áðrenn sæð seg sjálva sum ein syndara, men er eftir øllum at døma so mikið ávirkað av tí ið Hamlet segði í 3/IV, at hon sær seg sjálva sum eina seka sál nú. Júst við at verða bangin um at brotsverkið kemur fram, so endar tað við at ein kemur at avdúka tað.68 Ein gomul halgisøga: dóttir ein bakara noktaði einaferð Jesusi breyð, og tí varð hon gjørd til uglu. Hvat hetta kann hava við Ofeliu at gera er óvist, men onkur vil vera við, at broytingin frá ungari gentu til uglu kann vera okkurt um at missa moydómin. (Tað kann so tulkast víðari, tá ið hugsað verður um sambandið millum Ofeliu og Hamlet áðrenn leikurin byrjar.)69 Hvat er upprunin til ørskapin hjá Ofeliu? Hamlet hevur gjøgnum allan leikin drigið hana gjøgnum allar møguligar undarligar sálargongdir, harafturat hevur pápi hennara eisini nýtt hana sum eitt slag av kensluligum njósnara. Men tað at pápin doyr, koyrir eftir øllum at døma Ofeliu út í eina ørsku sum er verulig, mótvegis tí hjá Hamlet, sum spælir ørsku. 70 Fólkið, og almenna hugsanin, er allatíðina afturvendandi. Tað skapar ein ávísan spenning, og ein varhuga av heiminum uttanfyri – eingin ríkisleiðari er tryggur, fólksins hugsan hevur altíð týdning. 71 Laertes, mótvegis Hamlet, fer beint eftir gerðini, og ivast ikki eina løtu.72 Tað var gomlu pátrúgv, at tá ungarnir hjá pelikanini vórðu klaktir, settu teir hol á bringuna á mammuni, og nørdust av hennara hjartablóði.73 Tað verður sjálvdan í framførslu nakar dentur lagdur á familjuna hjá Polonius, og hvussu tey hava tað saman. Móðirin er eftir øllum at døma deyð, og oftast verður Ofelia bara eitt amboð hjá Poloniusi og Laertes bert ein, ið skal útbúgvast og samstundis ansast eftir. Men tey sýna tó bæði ein djúpan kærleika til faðirin: Ofelia verður ør í høvdinum og Laertes villur eftir hevnd; hetta kemst neyvan av ongum.

FJÓRÐI TÁTTUR, MYND VI:74 Hvør henda tænasta skuldi verið er ógreitt. Kanska at fáa kongin at náða teir fyri at vera sjórænarar.

FJÓRÐI TÁTTUR, MYND VII:75 Ein kelda var í Warwickshire, ið segðist kundi broyta træ, um tað var slept í hana, til grót.76 T.v.s. uttan ognir.77 Tað sigst, at kók av børkubónda varð nýtt til at fremja fosturtøkur.78 Ein so vøkur lýsing av, hvussu Ofelia doyði, at tú næstan ikki kanst trúgva, at hon er sonn, men at hetta er nakað Gertrud finnur uppá. Hvussu kann Gertrud eisini vita alt hetta, um ikki hon hevur sæð tað, og um so var, hví gjørdi hon

Page 146: snar.fo · Web viewHetta kundi týtt uppá, at Hamlet nústaðni nú er farin at bera seg at, sum ein ørur. Men kortini hava kongshjúnini longu sent boð eftir Rósinkrans og Gyllinstorn,

einki? Spurningurin er, um ikki Ofelia í veruleikanum tók lívið av sær, og Gertrud roynir at pynta veruleikan. Tað verður meir tosað um tað í næstu leikmynd.

FIMTI TÁTTUR, MYND I:79 Um Ofelia tók lívið av sær, so hevði hon av røttum skula verið jarðað uttanfyri kirkjugarðin; sjálvmorð hevði ikki upppiborið kristna jarðarferð.80 Einasta fyrigeving, ein kundi fáa fyri morð, var um tað var framt í sjálvverju.81 Í løgfrøðini er ‘se defendendo’ dráp í sjálvverju, og kann tí fyrigevast. ‘Se offendendo’ merkir at loypa á seg sjálvan, og er ikki eitt hugtak yvirhøvur; gravarin ger við vilja gjøldur burturúr hvussu tað fínara slagið tulkar lógina. 82 Av hesum kann útleiðast, at Hamlet er tretivu ára gamal.83 Alexander mikli, ið ofta varð tikin fram sum dømi um, at hvussu mikil tú enn ert í lívinum, tú doyr kortini einaferð.84 Enn eitt tekin um, at Ofelia tók lívið av sær.85 Pelion og Olympus eru bæði fjøll í gamla Grikkalandi.86 Í griksku gudalæruni, løgdu brøðurnir Otus og Efialtes Ossa fjalli omaná Pelion, so teir kundu røkka gudunum á Olympus.87 Týdningurin er, at náttúran ger sum hon vil, og vit kunnu ikki forða henni.

FIMTI TÁTTUR, MYND II:88 Týdningurin er ikki heilt greiður, men møguliga tann, at ‘komma’ er stytsa teknið millum orð, og longri er ikki millum Danmark og Ongland.89 Hjá Hamlet fær alt menniskjalívið minni og minni týdning; løtan er beint nú, og sama ger við framtíð og fortíð. ‘Sama ger’ og ‘Líkamikið´’ verður endurtikið fleiri ferðir her móti endanum.90 Tað var vanlig pátrúgv, at vípuungar runnu úr reiðrinum so skjótt teir vóru komnir úr egginum, enntá við eggjaskali á høvdinum.91 Laertes lýgur sjálvandi. Hann, ið annars hevur verið heiðurligur, er eftir øllum at døma nú spiltur og korruptur, eins og Claudius. Hendan spillan, ið rakar øll, er eisini eitt høvuðstema í leikinum. Hamlet roynir at stríðast móti spilluni, men hann kann ikki annað enn doyggja, og sostatt byrjar náttúran og lívið av nýggjum.92 Hvørjum er hetta ætla til? Hov-fólkið, ið er á pallinum, ella áskoðararnar til leikin? Í øllum førum er tað ætla til Horatio, sum hevur verið áskoðari allan vegin ígjøgnum, og nú er tann einasti av høvuðsleikarunum, ið ikki er dripin.93 At ‘detta á svørðið’, at taka lívið av sær var hildið at vera vanligt hjá rómverjum.94 Horatio fær her sín rættiliga leiklut, sum høvundurin, tann, ið sigur frá júst hvat hendi.95 Hamlet sigur í 1/V at ‘Tíðin er av lagi, tað er satt; mín lagna er at venda henni rætt.’ Hann eydnast ikki við tí, og ikki fyrrenn Fortinbras kemur verða tíðin og náttúran vend rætt aftur.