18
1 Uppskot til løgtingslóg um P/f Tunnilsfelag Føroya Samanlegging § 1. Landsstýrismaðurin fær heimild til at taka avgerð um samanlegging (fusion) av P/F Vágatunnlinum (skrásetingar nr. 2809) og P/F Norðoyatunnlinum (skrásetingar nr. 3298) samsvarandi ásetingunum í kapitul 15 í løgtingslóg nr. 73 frá 31. maj 2011 um parta- og smápartafeløg. Stk. 2. Samanleggingin verður framd við roknskaparligum virknaði frá 1. januar 2014. Landsstýrismaðurin tekur avgerð, eftir tilmæli frá nevndunum fyri bæði feløgini, hvat felag verður framhaldandi felag, og hvat felag verður uppathaldandi felagið. § 2. Samanlagda felagið broytur navn til P/F Tunnilsfelag Føroya. Landsstýrismaðurin tekur avgerð um øll viðurskift, sum eru løgd til partaeigara felagsins at avgera á aðalfundi felagsins. Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal góðkenna starvsskipan fyri nevnd og stjórn felagsins, eins og landsstýrismaðurin skal góðkenna samsýningina til nevnd og stjórn felagsins. Rættur til tunnilsgerð og eftirlit § 3. P/F Tunnilsfelag Føroya fær rætt til vega- og tunnilsgerð millum Eysturoynna og Streymoynna og millum Streymoynna og Sandoynna og fær ognarrætt til lidnu tunnlarnar við tilhoyrandi vegum. Landsstýrismaðurin tekur avgerð um raðfestingina av teimum teimum verkætlanum, sum felagið skal fyrireika og standa fyri. Stk. 2. Landsverk skal undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum góðkenna tunnilsverkætlaninar, herundir vega- og tunnilsgerð, áðrenn tunnilsarbeiðið verður sett í verk. Stk. 3. Landsverk skipar, undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum, fyri eftirliti við, at verkætlanin verður framd samsvarandi góðkendu ætlanini, sbrt. stk. 2. Játtan til verkætlanina § 4. Landsstýrismanninum verður heimilað at seta nýggjan pening í P/F Tunnilsfelag Føroya, annaðhvørt sum partapening ella sum ansvarligan lánikapital (ábyrgdarapening) soleiðis, at samlaða upphæddin í mesta lagi verður kr. 500 mió. Landsstýrismaðurin kann ráða við grundarlagi í samlaðu heimildini frá gildiskomu lógarinnar. Stk. 2. Játtanin verður ásett yvir 10 fylgjandi ár á fíggjarlógini, fyrstu ferð fyri fíggjarárið 2014. Stk. 3. Felagnum er heimilað at tiltransportera játtan, sum felagið hevur fingið frá landsstýrismanninum og tilsøgn landsstýrismansins um komandi játtan, til ognar ella trygdar í sambandi við fígging felagsins av verkætlanini.

Tunnilsl g 2 aug 2013 - logting.fo

  • Upload
    others

  • View
    0

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: Tunnilsl g 2 aug 2013 - logting.fo

1

Uppskot

til

løgtingslóg um P/f Tunnilsfelag Føroya

Samanlegging

§ 1. Landsstýrismaðurin fær heimild til at taka avgerð um samanlegging (fusion) av P/F Vágatunnlinum (skrásetingar nr. 2809) og P/F Norðoyatunnlinum (skrásetingar nr. 3298) samsvarandi ásetingunum í kapitul 15 í løgtingslóg nr. 73 frá 31. maj 2011 um parta- og smápartafeløg. Stk. 2. Samanleggingin verður framd við roknskaparligum virknaði frá 1. januar 2014. Landsstýrismaðurin tekur avgerð, eftir tilmæli frá nevndunum fyri bæði feløgini, hvat felag verður framhaldandi felag, og hvat felag verður uppathaldandi felagið. § 2. Samanlagda felagið broytur navn til P/F Tunnilsfelag Føroya. Landsstýrismaðurin tekur avgerð um øll viðurskift, sum eru løgd til partaeigara felagsins at avgera á aðalfundi felagsins. Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal góðkenna starvsskipan fyri nevnd og stjórn felagsins, eins og landsstýrismaðurin skal góðkenna samsýningina til nevnd og stjórn felagsins.

Rættur til tunnilsgerð og eftirlit

§ 3. P/F Tunnilsfelag Føroya fær rætt til vega- og tunnilsgerð millum Eysturoynna og Streymoynna og millum Streymoynna og Sandoynna og fær ognarrætt til lidnu tunnlarnar við tilhoyrandi vegum. Landsstýrismaðurin tekur avgerð um raðfestingina av teimum teimum verkætlanum, sum felagið skal fyrireika og standa fyri. Stk. 2. Landsverk skal undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum góðkenna tunnilsverkætlaninar, herundir vega- og tunnilsgerð, áðrenn tunnilsarbeiðið verður sett í verk. Stk. 3. Landsverk skipar, undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum, fyri eftirliti við, at verkætlanin verður framd samsvarandi góðkendu ætlanini, sbrt. stk. 2.

Játtan til verkætlanina

§ 4. Landsstýrismanninum verður heimilað at seta nýggjan pening í P/F Tunnilsfelag Føroya, annaðhvørt sum partapening ella sum ansvarligan lánikapital (ábyrgdarapening) soleiðis, at samlaða upphæddin í mesta lagi verður kr. 500 mió. Landsstýrismaðurin kann ráða við grundarlagi í samlaðu heimildini frá gildiskomu lógarinnar. Stk. 2. Játtanin verður ásett yvir 10 fylgjandi ár á fíggjarlógini, fyrstu ferð fyri fíggjarárið 2014. Stk. 3. Felagnum er heimilað at tiltransportera játtan, sum felagið hevur fingið frá landsstýrismanninum og tilsøgn landsstýrismansins um komandi játtan, til ognar ella trygdar í sambandi við fígging felagsins av verkætlanini.

Page 2: Tunnilsl g 2 aug 2013 - logting.fo

2

Aðrar játtanir

§ 5. Landsstýrismanninum er heimilað at avhenda, uttan viðurlag, til P/F Tunnilsfelag Føroya tað anleggsarbeiðið, sum higartil er framt av Landsverk í sambandi við upprunaligu verkætlanina um gerð av føstum sambandi undir Skálafirði og føstum sambandi undir Skopunarfirði, herundir allar forkanningar og annað keypt tilfar, sum nýtiligt er. Slík avhending hevur ikki skattligar avleiðingar við sær fyri felagið. Stk. 2. Landsstyrismaðurin fær heimild til at gera keypsavtalu um keyp av forkanningum v.m., sum eru gjørdar av øðrum feløgum í samband við bygging av tunnli millum Eysturoynna og Streymoynna og at víðariavhenda hetta tilfarið til felagið.

Krøv til felagið

§ 6. Endamál felagsins skal vera at reka tunnil millum Vágoynna og Streymoynna, millum Eysturoynna og Borðoynna og at gera tunnil millum Eysturoynna og Streymoynna og millum Streymoynna og Sandoynna, og hartil hoyrandi vegir, og síðani at hava raksturin av tunnlunum um hendur, umframt aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemið. Stk. 2. Partabrøv felagsins eru ogn landsins. Tað er ikki loyvt: 1) at avhenda partabrøv, 2) øðrum enn landinum við nýtekning av partapeningi at tekna partapening í felagnum, 3) felagnum at luttaka í fusión, klovningi ella aðrari yvirtøku av virki, sum hevur við sær, at onnur enn landið gerast eigarar av partabrøvum í felagnum. Stk. 3. Felagið kann upptaka lán til verkætlaninar. Landstýrismaðurin skal í síni heild góðkenna lánstreytirnar.

Nýtslugjøld

§ 7. Tunnilseigaranum er heimilað at áseta og krevja inn nýtslugjøld frá teimum, ið nýta vega-, brúgva- og tunnilsanleggið. Stk. 2. Nýtslugjøldini at koyra gjøgnum Vágatunnulin og Norðoyatunnulin kunna tó ikki, uttan skjalprógvaðar minniinntøkur frá hesum tunnlum, ella skjalprógvaðar meirútreiðslur til rentur og avdráttir av lánum, sum eru upptikin í samband við bygging av nevndu tunnlum, ella skjalprógvaðar meirútreiðslur til rakstur av nevndu tunnlum, herundir eisini prís- og lønarvøkstur, hækkast í mun til tey gjøld, sum vóru galdandi, tá henda lóg kemur í gildi. Stk. 2. Vegir, brúgvar og tunnil verða ikki partur av landsvegnum eftir løgtingslóg nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir við seinni broytingum. Stk. 3. Tó hevur landsstýrismaðurin tær heimildir, ið ásettar eru í §§ 6 og 7 í nevndu løgtingslóg, tá tað ræður um vegir, brúgvar og tunnil.

Ognartøka

§ 8. Landsstýrismanninum er heimilað, móti fullum endurgjaldi at ognartaka neyðugt lendi ella tilfar til vega- og tunnilsgerð til tess at útvega fast samband millum Eysturoynna og Streymoynna og millum Streymoynna og Sandoynna, um tað ikki við samráðingum fæst semja við avvarðandi rættindahavarar um yvirtøku av lendi ella tilfari.

Page 3: Tunnilsl g 2 aug 2013 - logting.fo

3

Stk. 2. Ognartøkan fer annars fram eftir "Lov nr. 69 af 7. maj 1881 om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder, samt til offentlige skoler på Færøerne". Stk. 3. Landsstýrismanninum er heimilað at avhenda tað ognartiknað til felagið fyri útveganarvirði.

Skattlig viðurskifti

§ 9. Frá og við árinum tá tunnlar felagsins verða latnir upp fyri ferðslu, hevur felagið, við grundarlagi í útveganarkostnaðinum, rætt til skattligar avskrivingar eftir reglunum um vinnuligar bygningar. Stk. 2. Við útveganarkostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslunar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð v.m.

Eftiransing

§ 10. Felagið hevur rætt til uttan viðurlag at fáa upplýsingar frá Akstovuni um skrásettar eigarar og brúkarar av akførum til tess at eftiransa gjaldsstaðið.

Kunning

§ 11. Undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum, setir Landsverk ein bólk at fylgja við arbeiðinum, meðan bygt verður. Bólkurin verður mannaður við umboðum fyri føroyskan tekniskan, tilbúgvingarligan o.l. serkunnleika, til tess at tryggja, at tann vitan, sum fæst av verkætlanini, í størst møguligan mun kemur føroyska samfelagnum til gagns.

Gildiskoma

§ 12. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tá tann í § 1 nevnda samanlegging er endaliga skrásett hjá Skráseting Føroya, verður landsstýrismanninum heimilað í kunngerð at áseta, at løgtingslóg nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund og løgtingslóg nr. 33 frá 26. marts 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð fara úr gildi.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

1. Orsøk til lógaruppskotið

Orsøkin til lógaruppskotið er, at landsstýrið ynskir at skapa lógargrundarlag fyri fígging og bygging av tunnlum millum Eysturoynna og Streymoynna og millum Streymoynna og Sandoynna, og at henda útbygging kann fara fram í einum almennum tunnilsfelagi, har Vágatunnulin, Norðoyatunnulin, Eysturoyartunnulin og Sandoyartunnulin verða lagdir í eitt alment tunnilsfelag, nevnt P/f Tunnilsfelag Føroya.

Page 4: Tunnilsl g 2 aug 2013 - logting.fo

4

2. Endamálið við lógaruppskotinum

Endamálið við uppskotinum er í fyrstu atløgu at skapa lógargrundarlag fyri eini samanlegging av P/f Vágatunnlin og P/f Norðoyatunnulin. Úrslitið av hesum verður eitt sera kapitalsterkt felag, sum – saman við nýggjum kapitalinnskoti – hevur fíggjarligan førleika til eisini at fara undir bygging av einum undirsjóvartunnli millum Eysturoynna og Streymoynna og millum Streymoynna og Vágoynna.

P/f Tunnilsfelag Føroya skal sostatt standa fyri rakstrinum av øllum tunnlunum, sum liggja í felagnum. Hetta í sjálvum sær kemur eisini at hava við sær munandi rationaliseringar fyri rakstur felagsins.

Fíggjarligar útrokningar vísa, at inntøkurnar frá Eysturoyartunnlinum eftir fáum árum kunnu vera við til at fíggja ein Sandoyartunnil.

Endamálið við lógaruppskotinum er sostatt, at almenna tunnilsfelagið beinanvegin – við støði í fyriliggjandi projektilfari – fer undir forkanningar og projektering av einum Eysturoyartunnli, og at felagið skjótast gjørligt fer undir byggingina av einum Eysturoyartunnli.

Meðan byggingin av Eysturoyartunnlinum fer fram, skal felagið gera forkanningar, projektering og arbeiða við at útvega fígging av einum Sandoyartunnli, soleiðis at arbeiðið við at gera ein Sandoyartunnil kann fara í gongd beint eftir, at Eysturoyartunnulin er liðugur.

Endamálið við lógaruppskotinum er, at byggingin av einum Eysturoyartunnli og Sandoyartunnli kann fara fram, uttan at landskassin beinleiðis tekur lut í hesum. Landskassin skal veita felagnum nýggjan kapital, upp til 500 mill. kr., sum verður játtað felagnum, antin sum nýggjur partapeningur ella sum ábyrgdarpeningur, yvir 10 fylgjandi ár.

Fíggjarligar útrokningar vísa, at tað ikki verður neyðugt at útvega eyka inntøkur frá Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum til tess at gjøgnumføra verkætlaninar at byggja ein Eysturoyartunnil og ein Sandoyartunnil.

Endamálið við uppskotinum er sostatt ikki, at raksturin av Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum skal vera við til at fíggja nýggju tunnlarnar. Sambært uppskotinum skal landsstýrismaðurin góðkenna lánstreytirnar. Landsstýrismaðurin skal í hesum sambandi tryggja, at verandi niðurskrivingar av Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum fara fram eftir sama leisti sum higartil, soleiðis at nýtslugjøldini fyri hesar tunnlar verða lækkað eftir eini skipan, sum nevnd felagsins gevur landsstýrismanninum tilmæli um.

Endamálið við uppskotinum er eisini at tryggja, at verandi gjøld at koyra gjøgnum Vágatunnulin og Norðoyatunnulin ikki kunnu hækka í mun til teir takstir, sum eru galdandi, tá lógin kemur í gildi.

Orsøkin til samanleggingina av feløgunum er fyrst og fremt at útvega eitt kapitalsterkt felag, sum hevur ein høgan eginpening av vísa fram, tá felagið skal út á lánimarknaðin at útvega fígging til tess at byggja ein Eysturoyartunnil og ein Sandoyartunnil.

Verður Eysturoyartunnulin ikki bygdur av einum almennum partafelagi, og verða rakstrarinntøkurnar frá hesum tunnli ikki eisini brúktar til at útvega fíggjarligt grundarlag fyri einum Sandoyartunnli, er stórur vandi fyri, at ein Sandoyartunnil ongantíð verður gjørdur, í hvussu so er undir teimum fíggjarkørmum, sum landskassin má halda seg innanfyri nógvu komandi árini.

Page 5: Tunnilsl g 2 aug 2013 - logting.fo

5

Í kapitul 3 er nærri greitt frá fíggjarligu fyritreytunum viðvíkjandi bygging og rakstri av Eysturoyartunnlinum.

Endamálið við uppskotinum er at gjøgnumføra eina samhaldsfasta skipan, sum kan tryggja øllum landinum eitt samferðslukervi, sum uppá longri sigt eisini skal koma suðurleiðini til góðar.

Uppá longri sikt verður roknað við, at felagið eisini kann átaka sær at standa fyri suðurleiðini, antin sjóvegis til Suðuroyar ella gjøgnum ein undirsjóvartunnil til Suðuroynna, um hetta er tekniskt og fíggjarliga forsvarligt.

3. Galdandi lóggáva

Galdandi lógir, sum eru galdandi fyri Vágatunnulin og fyri Norðoyatunnulin, verða avtiknar, tá samanleggingin av feløgunum er endaliga skrásett av Skráseting Føroya. Lógaruppskotið inniheldur annars somu ásetingar, sum í dag eru galdandi fyri nevndu feløg. Galdandi lóggáva verður sostatt víðarførd fyri samanlagda felagið.

4. Stuttur samandráttur av nýskipanini

Lógaruppskotið útvegar landsstýrismanninum heimild at samtykkja eina samanlegging av P/f Vágatunnlinum og P/f Norðoyatunnlinum og samanlagda felagið fær heimild til beinanvegin at fara undir fyrireiking og bygging av Eysturoyartunnlinum. So skjótt Eysturoyartunnulin er liðugur, fær felagið heimild at fara undir bygging av einum Sandoyartunnli. Landskassans partur av hesum íløgum verður samanlagt upp til 500 mió. kr. sum verða játtaðar felagnum yvir 10 fylgjandi ár.

5. Hvør hevur ummælt uppskotið og innkomnar hoyringsviðmerkingar

Uppskotið hevur ikki verið til ummælis hjá myndugleikum ella stovnum.

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum.

1. Fíggjarligu avleiðingarnar fyri land og kommunu

Fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum er, at landsstýrið mótvegis felagnum kann binda seg til at játta felagnum samanlagt upp til 500 mió. kr., sum verða goldnar felagnum yvir 10 fylgjandi ár.

2. Mettar umsitingarligar avleiðingarnar fyri land og kommunu.

Uppskotið fær ikki serligar umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunu, men uppskotið inniber, at Landsverk fær ein sentralan leiklut í verkætlanini, og hetta kann hava við sær øktar umsingarligar útreiðslur fyri stovnin.

3. Fíggjarligu avleiðingarnar fyri vinnuna

Uppskotið hevur ikki nakrar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

4. Avleiðingar fyri umhvørvið

Uppskotið hevur ikki nakrar avleiðingar fyri umhvørvið, burtursæð frá teirri avleiðing sum útbyggingarnar hava á tí staði, har tunnlarnir verða gjørdir.

Page 6: Tunnilsl g 2 aug 2013 - logting.fo

6

5. Serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ikki nakrar serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

6. Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir

Uppskotið inniber ongar slíkar avleiðingar.

7. Hava millumtjóða sáttmálar við sær fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri landsmyndugleikar, kommunumyndugleikar, ávís øki í landinum, ávísar samfalgsbólkar ella vinnunua.

Nei, á hesum øki eru ikki millumtjóða sáttmálar, sum hava nakrar slíkar avleiðingar við sær.

8. Áleggur uppskotið fólki skyldur t.d. upplýsingarskyldu, skrásetingarskyldu ella t.d. krøv um loyvi skal verða greitt frá umsitingarliga avleiðingunum av hesum

Uppskotið inniber, at samanlagda felagið fær somu heimildir, sum feløgini í dag hava hvør sær at útvega skrásettar upplýsingar frá Akstovuni um motordrivin akfør.

9. Verða heimildir lagdar til annan landsstýrismann, ella til kommunur útyvir kommunustýrislógina, skal greiðast frá teimum fyrilitum, ið grundgeva hetta.

Uppskotið hevur ikki við sær, at heimildir verða lagdar til annan landsstýrismann ella til kommunur. Uppkotið inniber, at nakrar heimildir, sum landsmyndugleikar í dag hava kunna útinnast av samanlagda felagnum.

10. Fáa almennir myndugleikar atgongd til privata ogn skal grundgevast fyri hesum og greiðast frá vavinum av heimildini.

Ongar slíkar ásetingar eru í uppskotinum.

11. Skema

Fyri landið

/landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar

/felagsskapir Fyri vinnuna

Fíggjarligar /búskaparligar avleiðingar

Ja Nei Nei Nei Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja Nei Nei Nei Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Ja Nei Nei Nei Nei

Avleiðingar í mun til altjóða reglur og avtalur

Nei Nei Nei Nei Nei

Sosialar avleiðingar Nei

Page 7: Tunnilsl g 2 aug 2013 - logting.fo

7

Kap. 3. Serligar viðmerkingar – fíggjarætlan fyri felagið

Samanlagda felagið millum Vágatunnilin (VT) og Norðoyartunnilin (NT) hevur sambært roknskapum fíggjarárið 2012 hjá hesum feløgum eina samlaða sølu á 46 mkr. Pengastreymurin fyri avdráttir og eftir skatt er 27,1 mkr.

Samlaða langfreistaða skuldin er 56 mkr herav VT skyldar gott 4 mkr og verður tí útgoldin í 2013.

Eginognin hjá samanlagda felagnum er 404 mkr. Um fíggjarstovnar fáa trygd í gjaldførinum hjá samanlagda felagnum verður neyvan neyðugt at gera brúk av teimum 500 mkr, sum § 4 heimilar, til at byggja Eysturoyartunnilin, men væntast hesar tøkar til Sandoyartunnilin.

Vágatunnilin

2012 tkr

Norðoyartunnilin

2012 tkr

Samlað VT og NT

2012 tkr

Søla 20.736 25.868 46.604

Úrslit fyri skat 606 3.752 4.358

Avskrivingar 11.682 11.182 22.864

Pengastreymur fyri skatt 12.288 14.934 27.222

Skattur -109 -109

Pengastreymur eftir skatt 12.179 14.934 27.113

Eginogn 166.521 238.152 404.673

Langfreiðsta skuld 4.612 51.507 56.119

Kelda: Ársroknskapir Vágatunnilin og Norðoyartunnilin 2012

Fortreytirnar fyri einum møguligum Eysturoyartunnli eru sambært tølum hjá LV frá 2007 (Sund og Bælt 2007) fylgjandi ferðslutøl fyri koyring Norður og Suður N/S og fyri koyring Eystur og Vestur E/V. Roknað verður við vanligari ferðslu triðja ári eftir, at tunnilin er tikin í brúk. Eftir hetta verður roknað við einum vøkstri á 2% árliga. Hetta talið kann gerast hægri um somu ferðslulop verða, sum í VT og NT.

Rentan verður roknað til 3% árliga og væntast at kunna leggjast føst árini lánið gongur. Tó er eisini gjørd útrokning við rentu á 4%.

Roknað verður við 100% lánifígging við, at lániveitarar fáa trygd í gjaldførinum frá VT, NT og EyT. Alternativt kann játtanin sbrt. § 4 standa sum trygd.

Roknað verður við at tunnilin kostar 1.200 mkr, og at hann verður afturgoldin yvir 30 ár. Hann verður somuleiðis javnt avskrivaður yvir 30 ár við einum scrapvirði á 20% svarandi til 240 mkr.

Árligur rakstur væntast at vera 12 mkr svarandi til góða millión pr km. Rakstrarkostnaðirnir væntast at hækka 2% árliga.

Page 8: Tunnilsl g 2 aug 2013 - logting.fo

8

Verður roknað við hesum fortreytum, hevur EyT eina sølu á gott 90 mkr ár 3.

Við 3% í rentu:

Felagið hevur positivt úrslit fyrsta árið. Við seriuláni hevur felagið gjaldføri svarandi til fullan avdrátt ár 2 og hevur eftir hetta ár yvirskotsgjaldføri. Við seriuláni skal roknast við at felagið ikki hevur fullan avdrátt ár 1, men 80% svarandi til 32 mkr. Um talan er um annuitetslán svarar felagið hvørjum sítt ár 1 og hevur eitt yvirskotsgjaldføri ár 1. Pengastreymurin hjá felagnum er so mikið góður, at felagið sambært hesum tølum kann gjalda lánið aftur eftir 17-18 árum um talan er um seriulán og 18-19 árum um talan er um annuitetslán.

Um gjaldføri frá NT og VT verður brúkt at niðurgjalda EyT, verður talan um væl styttri áramál.

Prísir og tal av bilum N/S E/V Diskonto 0,50%

Váði 2,50%

Prísur DKK DKK Renta 3,00%

Persónbilar 40 15

Lastbilar 160 60 Skattur 18,00%

Tal av bilum

Persónbilar 3.595 1.480

Lastbilar 490 202

Vøkstur í ferðslu p.a. 2%

Drift ár 1 Drift ár 2 Drift ár 3 Drift ár 4

Nýtsla 85% 92,50% 100% +2%

Íløga

Avskriving í árum 30

Árlig avskriving

Scrapvirði 20%

Árligur rakstur

Dagar um árið 365

1.200.000.000

32.000.000

12.000.000

240.000.000

Um felagið velur at halda seg til vanligan avdrátt, hevur felagið í avdráttartíðini eitt sera stórt yvirskotsgjaldføri. Um hugt verður eftir yvirskotsgjaldførinum yvir 30 ár, er tað 1.408 mkr í leypandi prísum. Tá er yvirskotsgjaldførið frá VT og NT ikki talt við. Her er tí nóg stórt yvirskotsgjaldføri at gjalda Sandoyartunnilin við, og tað er óvist um brúk verður fyri játtanini í § 4, alternativt kann henda upphædd verða afturgoldin landskassanum.

Við 4% í rentu:

Um so er at lánsveitarar rokna váðan hægri, og rentan í staðin fyri 3% verður 4%, viðførir tað, at yvirskotsgjaldførið verður lægri. Tá verður fíggingin tikin út frá annuitetsláni, og felagið svarar hvørjum sítt frá fyrsta degi og hevur eitt

Page 9: Tunnilsl g 2 aug 2013 - logting.fo

9

yvirskotsgjaldføri frá ár 2. Felagið klárar tá at gjalda tunnilin aftur eftir 20-21 árum, um alt gjaldførið skuldi brúkst til tað. Alternativt hevur felagið yvirskotsgjaldføri svarandi til at vera við at fíggja Sandoyartunnilin.

Við seriulán 4% klárar felagið 56% avdrátt ár 1 og 100% ár 4, tá ikki verður tikið hædd fyri gjaldføri frá VT og NT. Akkumuleraða yvirskotsgjaldføri verður tá positivt ár 8. Realistiskt er tó at siga, at felagið ikki ber fullan avdrátt fyrr enn ár 4 og tí hevur yvirskotsgjaldføri frá hesum ári.

Prísir og tal av bilum N/S E/V Diskonto 0,50%

Váði 3,50%

Prísur DKK DKK Renta 4,00%

Persónbilar 40 15

Lastbilar 160 60 Skattur 18,00%

Tal av bilum

Persónbilar 3.595 1.480

Lastbilar 490 202

Vøkstur í ferðslu p.a. 2%

Drift ár 1 Drift ár 2 Drift ár 3 Drift ár 4

Nýtsla 85% 92,50% 100% +2%

Íløga

Avskriving í árum 30

Árlig avskriving

Scrapvirði 20%

Árligur rakstur

Dagar um árið 365

1.200.000.000

32.000.000

12.000.000

240.000.000

Við 4% í rentu eru fortreytirnar annars tær somu. Roknað er við kostnaðarhækkan 2% um árið.

Page 10: Tunnilsl g 2 aug 2013 - logting.fo

10

Pengastreymar, akkumuleraðir pengastreymar og akkumulerað yvirskotsgjaldføri við seriuláni 3%. Sum sæst hevur felagið eitt yvirskotsgjaldføri ár 2. Um talan er um annuitetslán, er yvirskotsgjaldførið positivt ár 1. Tá tað almenna er eigari, er rætt eisini at taka skattagjøldini við. Pengastreymurin lýsur samlaða gjaldførið í tíðarskeiðnum, hvussu nógv felagið hevur í gjaldføri eftir rentu, meðan akkumulerað yvirskotsgjaldføri vísir, hvat er eftir til aðrar íløgur.

Page 11: Tunnilsl g 2 aug 2013 - logting.fo

11

Rakstrarætlan seriulán 3%. Akkumulerað gjaldføri er negativt 2 ár við fullum avdrátti ár 1. Her er ikki tikið hædd fyri gjaldføri frá VT og NT.

RAKSTUR seriulán 3% Drift ár 1 Drift ár 2 Drift ár 3 Drift ár 4 Drift ár 5 Drift ár 6 Drift ár 7 Drift ár 8 Drift ár 9 Drift ár 10 Drift ár 11 Drift ár 12 Drift ár 13 Drift ár 14 Drift ár 15 Drift ár 16 Drift ár 17 Drift ár 18

Søla 79.585 86.608 93.630 95.502 97.412 99.361 101.348 103.375 105.442 107.551 109.702 111.896 114.134 116.417 118.745 121.120 123.543 126.013

Rakstrarkostnaður 12.000 12.240 12.485 12.734 12.989 13.249 13.514 13.784 14.060 14.341 14.628 14.920 15.219 15.523 15.834 16.150 16.473 16.803

Rakstrarískoyti/EBIDTA 67.585 74.368 81.145 82.768 84.423 86.112 87.834 89.591 91.382 93.210 95.074 96.976 98.915 100.894 102.911 104.970 107.069 109.210

Avskriving 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000

Úrslit fyri rentur/EBIT 35.585 42.368 49.145 50.768 52.423 54.112 55.834 57.591 59.382 61.210 63.074 64.976 66.915 68.894 70.911 72.970 75.069 77.210

Renta seriulán 35.400 34.200 33.000 31.800 30.600 29.400 28.200 27.000 25.800 24.600 23.400 22.200 21.000 19.800 18.600 17.400 16.200 15.000

Úrslit fyri skatt/EBT 185 8.168 16.145 18.968 21.823 24.712 27.634 30.591 33.582 36.610 39.674 42.776 45.915 49.094 52.311 55.570 58.869 62.210

Skattur 33 1.470 2.906 3.414 3.928 4.448 4.974 5.506 6.045 6.590 7.141 7.700 8.265 8.837 9.416 10.003 10.596 11.198

Úrslit/PL 152 6.697 13.239 15.554 17.895 20.264 22.660 25.084 27.538 30.020 32.533 35.076 37.651 40.257 42.895 45.567 48.273 51.013

PENGASTREYMAR Drift ár 1 Drift ár 2 Drift ár 3 Drift ár 4 Drift ár 5 Drift ár 6 Drift ár 7 Drift ár 8 Drift ár 9 Drift ár 10 Drift ár 11 Drift ár 12 Drift ár 13 Drift ár 14 Drift ár 15 Drift ár 16 Drift ár 17 Drift ár 18

Pengastreymur [EBITDA-Rentu-Skatt] 32.152 40.168 48.145 50.968 53.823 56.712 59.634 62.591 65.582 68.610 71.674 74.776 77.915 81.094 84.311 87.570 90.869 94.210

Avdráttur 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000

Yvirskotsgjaldføri -7.848 168 8.145 10.968 13.823 16.712 19.634 22.591 25.582 28.610 31.674 34.776 37.915 41.094 44.311 47.570 50.869 54.210

Yvirskotsgjaldføri + skatt -7.815 1.638 11.051 14.382 17.751 21.160 24.608 28.097 31.627 35.200 38.816 42.475 46.180 49.930 53.728 57.572 61.466 65.408

AKK. PENGASTREYMAR Drift ár 1 Drift ár 2 Drift ár 3 Drift ár 4 Drift ár 5 Drift ár 6 Drift ár 7 Drift ár 8 Drift ár 9 Drift ár 10 Drift ár 11 Drift ár 12 Drift ár 13 Drift ár 14 Drift ár 15 Drift ár 16 Drift ár 17 Drift ár 18

Akk. Pengastreymur 32.152 72.320 120.465 171.432 225.256 281.967 341.601 404.192 469.774 538.385 610.059 684.835 762.750 843.844 928.155 1.015.725 1.106.594 1.200.804

Akk. Pengastreymur+skatt 32.185 73.823 124.874 179.256 237.008 298.168 362.776 430.873 502.500 577.700 656.515 738.991 825.171 915.101 1.008.829 1.106.401 1.207.867 1.313.275

AKK. PENGASTREYMAR Drift ár 1 Drift ár 2 Drift ár 3 Drift ár 4 Drift ár 5 Drift ár 6 Drift ár 7 Drift ár 8 Drift ár 9 Drift ár 10 Drift ár 11 Drift ár 12 Drift ár 13 Drift ár 14 Drift ár 15 Drift ár 16 Drift ár 17 Drift ár 18

Akk yvirskotsgjaldføri -7.848 -7.680 465 11.432 25.256 41.967 61.601 84.192 109.774 138.385 170.059 204.835 242.750 283.844 328.155 375.725 426.594 480.804

Akk yvirskotsgjaldføri + skatt -7.815 -6.177 4.874 19.256 37.008 58.168 82.776 110.873 142.500 177.700 216.515 258.991 305.171 355.101 408.829 466.401 527.867 593.275

Page 12: Tunnilsl g 2 aug 2013 - logting.fo

12

Við seriuláni 4% verður yvirskotsgjaldførið væl minni fyrstu árini. Hetta er ikki ein viðmældur lániháttur í hesum føri uttan so, at NT og VT eru við. RAKSTUR seriulán 4% Drift ár 1 Drift ár 2 Drift ár 3 Drift ár 4 Drift ár 5 Drift ár 6 Drift ár 7 Drift ár 8 Drift ár 9 Drift ár 10 Drift ár 11 Drift ár 12 Drift ár 13 Drift ár 14 Drift ár 15 Drift ár 16 Drift ár 17 Drift ár 18 Drift ár 19 Drift ár 20

Søla 79.585 86.608 93.630 95.502 97.412 99.361 101.348 103.375 105.442 107.551 109.702 111.896 114.134 116.417 118.745 121.120 123.543 126.013 128.534 131.104

Rakstrarkostnaður 12.000 12.240 12.485 12.734 12.989 13.249 13.514 13.784 14.060 14.341 14.628 14.920 15.219 15.523 15.834 16.150 16.473 16.803 17.139 17.482

Rakstrarískoyti/EBIDTA 67.585 74.368 81.145 82.768 84.423 86.112 87.834 89.591 91.382 93.210 95.074 96.976 98.915 100.894 102.911 104.970 107.069 109.210 111.395 113.623

Avskriving 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000

Úrslit fyri rentur/EBIT 35.585 42.368 49.145 50.768 52.423 54.112 55.834 57.591 59.382 61.210 63.074 64.976 66.915 68.894 70.911 72.970 75.069 77.210 79.395 81.623

Renta seriulán 47.200 45.600 44.000 42.400 40.800 39.200 37.600 36.000 34.400 32.800 31.200 29.600 28.000 26.400 24.800 23.200 21.600 20.000 18.400 16.800

Úrslit fyri skatt/EBT -11.615 -3.232 5.145 8.368 11.623 14.912 18.234 21.591 24.982 28.410 31.874 35.376 38.915 42.494 46.111 49.770 53.469 57.210 60.995 64.823

Skattur -2.091 -582 926 1.506 2.092 2.684 3.282 3.886 4.497 5.114 5.737 6.368 7.005 7.649 8.300 8.959 9.624 10.298 10.979 11.668

Úrslit/PL -9.524 -2.651 4.219 6.862 9.531 12.228 14.952 17.704 20.486 23.296 26.137 29.008 31.911 34.845 37.811 40.811 43.845 46.913 50.016 53.155

PENGASTREYMAR Drift ár 1 Drift ár 2 Drift ár 3 Drift ár 4 Drift ár 5 Drift ár 6 Drift ár 7 Drift ár 8 Drift ár 9 Drift ár 10 Drift ár 11 Drift ár 12 Drift ár 13 Drift ár 14 Drift ár 15 Drift ár 16 Drift ár 17 Drift ár 18 Drift ár 19 Drift ár 20

Pengastreymur [EBITDA-Rentu-Skatt] 22.476 28.768 37.145 40.368 43.623 46.912 50.234 53.591 56.982 60.410 63.874 67.376 70.915 74.494 78.111 81.770 85.469 89.210 92.995 96.823

Avdráttur 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000 40.000

Yvirskotsgjaldføri -17.524 -11.232 -2.855 368 3.623 6.912 10.234 13.591 16.982 20.410 23.874 27.376 30.915 34.494 38.111 41.770 45.469 49.210 52.995 56.823

Yvirskotsgjaldføri + skatt -19.615 -11.814 -1.929 1.874 5.715 9.596 13.516 17.477 21.479 25.524 29.612 33.743 37.920 42.142 46.412 50.728 55.094 59.508 63.974 68.491

AKK. PENGASTREYMAR Drift ár 1 Drift ár 2 Drift ár 3 Drift ár 4 Drift ár 5 Drift ár 6 Drift ár 7 Drift ár 8 Drift ár 9 Drift ár 10 Drift ár 11 Drift ár 12 Drift ár 13 Drift ár 14 Drift ár 15 Drift ár 16 Drift ár 17 Drift ár 18 Drift ár 19 Drift ár 20

Akk. Pengastreymur 22.476 51.244 88.389 128.756 172.380 219.291 269.525 323.116 380.098 440.509 504.383 571.759 642.674 717.168 795.279 877.049 962.518 1.051.728 1.144.723 1.241.546

Akk. Pengastreymur+skatt 20.385 48.571 86.642 128.516 174.232 223.828 277.344 334.821 396.300 461.824 531.435 605.179 683.099 765.241 851.653 942.381 1.037.475 1.136.983 1.240.957 1.349.448

AKK. PENGASTREYMAR Drift ár 1 Drift ár 2 Drift ár 3 Drift ár 4 Drift ár 5 Drift ár 6 Drift ár 7 Drift ár 8 Drift ár 9 Drift ár 10 Drift ár 11 Drift ár 12 Drift ár 13 Drift ár 14 Drift ár 15 Drift ár 16 Drift ár 17 Drift ár 18 Drift ár 19 Drift ár 20

Akk yvirskotsgjaldføri -17.524 -28.756 -31.611 -31.244 -27.620 -20.709 -10.475 3.116 20.098 40.509 64.383 91.759 122.674 157.168 195.279 237.049 282.518 331.728 384.723 441.546

Akk yvirskotsgjaldføri + skatt -19.615 -31.429 -33.358 -31.484 -25.768 -16.172 -2.656 14.821 36.300 61.824 91.435 125.179 163.099 205.241 251.653 302.381 357.475 416.983 480.957 549.448

Page 13: Tunnilsl g 2 aug 2013 - logting.fo

13

Rakstur við annuitetsláni 3%. Legg til merkis at her hevur felagið yvirskotsgjaldføri ár 1. RAKSTUR annuitet 3% Drift ár 1 Drift ár 2 Drift ár 3 Drift ár 4 Drift ár 5 Drift ár 6 Drift ár 7 Drift ár 8 Drift ár 9 Drift ár 10 Drift ár 11 Drift ár 12 Drift ár 13 Drift ár 14 Drift ár 15 Drift ár 16 Drift ár 17 Drift ár 18 Drift ár 19

Søla 79.585 86.608 93.630 95.502 97.412 99.361 101.348 103.375 105.442 107.551 109.702 111.896 114.134 116.417 118.745 121.120 123.543 126.013 128.534

Rakstrarkostnaður 12.000 12.240 12.485 12.734 12.989 13.249 13.514 13.784 14.060 14.341 14.628 14.920 15.219 15.523 15.834 16.150 16.473 16.803 17.139

Rakstrarískoyti/EBIDTA 67.585 74.368 81.145 82.768 84.423 86.112 87.834 89.591 91.382 93.210 95.074 96.976 98.915 100.894 102.911 104.970 107.069 109.210 111.395

Avskriving 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000

Úrslit fyri rentur/EBIT 35.585 42.368 49.145 50.768 52.423 54.112 55.834 57.591 59.382 61.210 63.074 64.976 66.915 68.894 70.911 72.970 75.069 77.210 79.395

Renta annuitetslán 36.000 35.243 34.464 33.661 32.834 31.983 31.105 30.202 29.271 28.313 27.325 26.308 25.261 24.182 23.071 21.926 20.747 19.533 18.282

Úrslit fyri skatt/EBT -415 7.124 14.681 17.107 19.589 22.129 24.729 27.389 30.111 32.897 35.749 38.667 41.654 44.711 47.841 51.043 54.322 57.677 61.112

Skattur -75 1.282 2.643 3.079 3.526 3.983 4.451 4.930 5.420 5.922 6.435 6.960 7.498 8.048 8.611 9.188 9.778 10.382 11.000

Úrslit/PL -340 5.842 12.038 14.028 16.063 18.146 20.277 22.459 24.691 26.976 29.314 31.707 34.157 36.663 39.229 41.856 44.544 47.295 50.112

PENGASTREYMAR Drift ár 1 Drift ár 2 Drift ár 3 Drift ár 4 Drift ár 5 Drift ár 6 Drift ár 7 Drift ár 8 Drift ár 9 Drift ár 10 Drift ár 11 Drift ár 12 Drift ár 13 Drift ár 14 Drift ár 15 Drift ár 16 Drift ár 17 Drift ár 18 Drift ár 19

Pengastreymur [EBITDA-Rentu-Skatt] 31.660 39.124 46.681 49.107 51.589 54.129 56.729 59.389 62.111 64.897 67.749 70.667 73.654 76.711 79.841 83.043 86.322 89.677 93.112

Avdráttur 25.223 25.980 26.759 27.562 28.389 29.240 30.118 31.021 31.952 32.910 33.898 34.915 35.962 37.041 38.152 39.297 40.476 41.690 42.941

Yvirskotsgjaldføri 6.437 13.144 19.922 21.545 23.200 24.889 26.611 28.368 30.159 31.987 33.851 35.753 37.692 39.670 41.688 43.747 45.846 47.987 50.172

Pengastreymur+skatt 6.362 14.427 22.564 24.624 26.726 28.872 31.062 33.298 35.579 37.909 40.286 42.713 45.190 47.719 50.300 52.934 55.624 58.369 61.172

PENGASTREYMAR Drift ár 1 Drift ár 2 Drift ár 3 Drift ár 4 Drift ár 5 Drift ár 6 Drift ár 7 Drift ár 8 Drift ár 9 Drift ár 10 Drift ár 11 Drift ár 12 Drift ár 13 Drift ár 14 Drift ár 15 Drift ár 16 Drift ár 17 Drift ár 18 Drift ár 19

Akk. Pengastreymur 31.660 70.784 117.465 166.572 218.161 272.290 329.019 388.408 450.519 515.416 583.165 653.832 727.487 804.198 884.039 967.082 1.053.404 1.143.081 1.236.193

Akk. Pengastreymur+skatt 31.585 71.992 121.316 173.502 228.617 286.729 347.909 412.227 479.759 550.578 624.761 702.389 783.541 868.301 956.752 1.048.984 1.145.083 1.245.142 1.349.255

PENGASTREYMAR Drift ár 1 Drift ár 2 Drift ár 3 Drift ár 4 Drift ár 5 Drift ár 6 Drift ár 7 Drift ár 8 Drift ár 9 Drift ár 10 Drift ár 11 Drift ár 12 Drift ár 13 Drift ár 14 Drift ár 15 Drift ár 16 Drift ár 17 Drift ár 18 Drift ár 19

Akk yvirskotsgjaldføri 6.437 19.581 39.503 61.048 84.248 109.137 135.748 164.115 194.274 226.261 260.113 295.865 333.558 373.228 414.916 458.663 504.509 552.496 602.668

Akk yvirskotsgjaldføri + skatt 6.362 20.789 43.354 67.978 94.704 123.576 154.638 187.935 223.514 261.423 301.709 344.422 389.612 437.330 487.630 540.564 596.188 654.558 715.729

Page 14: Tunnilsl g 2 aug 2013 - logting.fo

14

Annuitetslán 4%. Her hevur felagið yvirskotsgjaldføri ár 2. Ein góður háttur at fíggja hesa íløgu um hon skal 100% hvíla í sær sjálvum ár 1. RAKSTUR annuitet 4% Drift ár 1 Drift ár 2 Drift ár 3 Drift ár 4 Drift ár 5 Drift ár 6 Drift ár 7 Drift ár 8 Drift ár 9 Drift ár 10 Drift ár 11 Drift ár 12 Drift ár 13 Drift ár 14 Drift ár 15 Drift ár 16 Drift ár 17 Drift ár 18 Drift ár 19 Drift ár 20 Drift ár 21

Søla 79.585 86.608 93.630 95.502 97.412 99.361 101.348 103.375 105.442 107.551 109.702 111.896 114.134 116.417 118.745 121.120 123.543 126.013 128.534 131.104 133.726

Rakstrarkostnaður 12.000 12.240 12.485 12.734 12.989 13.249 13.514 13.784 14.060 14.341 14.628 14.920 15.219 15.523 15.834 16.150 16.473 16.803 17.139 17.482 17.831

Rakstrarískoyti/EBIDTA 67.585 74.368 81.145 82.768 84.423 86.112 87.834 89.591 91.382 93.210 95.074 96.976 98.915 100.894 102.911 104.970 107.069 109.210 111.395 113.623 115.895

Avskriving 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000 32.000

Úrslit fyri rentur/EBIT 35.585 42.368 49.145 50.768 52.423 54.112 55.834 57.591 59.382 61.210 63.074 64.976 66.915 68.894 70.911 72.970 75.069 77.210 79.395 81.623 83.895

Renta annuitetslán 48.000 47.144 46.254 45.328 44.366 43.364 42.323 41.240 40.114 38.943 37.725 36.458 35.140 33.770 32.345 30.863 29.322 27.719 26.052 24.318 22.515

Úrslit fyri skatt/EBT -12.415 -4.777 2.891 5.440 8.058 10.747 13.511 16.350 19.268 22.267 25.350 28.518 31.775 35.124 38.567 42.107 45.748 49.492 53.343 57.305 61.380

Skattur -2.235 -860 520 979 1.450 1.935 2.432 2.943 3.468 4.008 4.563 5.133 5.720 6.322 6.942 7.579 8.235 8.909 9.602 10.315 11.048

Úrslit/PL -10.180 -3.917 2.371 4.460 6.607 8.813 11.079 13.407 15.800 18.259 20.787 23.385 26.056 28.801 31.625 34.528 37.513 40.583 43.741 46.990 50.332

PENGASTREYMAR Drift ár 1 Drift ár 2 Drift ár 3 Drift ár 4 Drift ár 5 Drift ár 6 Drift ár 7 Drift ár 8 Drift ár 9 Drift ár 10 Drift ár 11 Drift ár 12 Drift ár 13 Drift ár 14 Drift ár 15 Drift ár 16 Drift ár 17 Drift ár 18 Drift ár 19 Drift ár 20 Drift ár 21

Pengastreymur [EBITDA-Rentu-Skatt] 21.820 27.223 34.891 37.440 40.058 42.747 45.511 48.350 51.268 54.267 57.350 60.518 63.775 67.124 70.567 74.107 77.748 81.492 85.343 89.305 93.380

Avdráttur 21.396 22.252 23.142 24.068 25.030 26.032 27.073 28.156 29.282 30.453 31.671 32.938 34.256 35.626 37.051 38.533 40.075 41.678 43.345 45.078 46.882

Yvirskotsgjaldføri 424 4.971 11.749 13.372 15.027 16.716 18.438 20.195 21.986 23.814 25.678 27.580 29.519 31.497 33.515 35.574 37.673 39.814 41.999 44.226 46.499

Pengastreymur+skatt -1.811 4.112 12.269 14.351 16.478 18.650 20.870 23.138 25.455 27.822 30.241 32.713 35.239 37.820 40.457 43.153 45.908 48.723 51.600 54.541 57.547

PENGASTREYMAR Drift ár 1 Drift ár 2 Drift ár 3 Drift ár 4 Drift ár 5 Drift ár 6 Drift ár 7 Drift ár 8 Drift ár 9 Drift ár 10 Drift ár 11 Drift ár 12 Drift ár 13 Drift ár 14 Drift ár 15 Drift ár 16 Drift ár 17 Drift ár 18 Drift ár 19 Drift ár 20 Drift ár 21

Akk. Pengastreymur 21.820 49.043 83.934 121.374 161.431 204.179 249.689 298.040 349.308 403.575 460.925 521.443 585.218 652.342 722.908 797.015 874.763 956.255 1.041.598 1.130.903 1.224.283

Akk. Pengastreymur+skatt 19.585 45.949 81.360 119.779 161.287 205.969 253.911 305.205 359.941 418.217 480.129 545.781 615.275 688.721 766.230 847.916 933.898 1.024.298 1.119.243 1.218.863 1.323.292

PENGASTREYMAR Drift ár 1 Drift ár 2 Drift ár 3 Drift ár 4 Drift ár 5 Drift ár 6 Drift ár 7 Drift ár 8 Drift ár 9 Drift ár 10 Drift ár 11 Drift ár 12 Drift ár 13 Drift ár 14 Drift ár 15 Drift ár 16 Drift ár 17 Drift ár 18 Drift ár 19 Drift ár 20 Drift ár 21

Akk yvirskotsgjaldføri 424 5.395 17.144 30.516 45.543 62.259 80.697 100.891 122.877 146.691 172.370 199.949 229.468 260.966 294.481 330.055 367.728 407.542 449.541 493.767 540.266

Akk yvirskotsgjaldføri + skatt -1.811 2.301 14.570 28.921 45.399 64.049 84.918 108.056 133.511 161.333 191.574 224.287 259.525 297.345 337.803 380.955 426.863 475.586 527.186 581.727 639.275

Page 15: Tunnilsl g 2 aug 2013 - logting.fo

15

Seriulán 3% Primo skuld Avdráttir Ultimoskuld Renta

1 1.050.000.000 35.000.000 1.015.000.000 30.975.000

2 1.015.000.000 35.000.000 980.000.000 29.925.000

3 980.000.000 35.000.000 945.000.000 28.875.000

4 945.000.000 35.000.000 910.000.000 27.825.000

5 910.000.000 35.000.000 875.000.000 26.775.000

6 875.000.000 35.000.000 840.000.000 25.725.000

7 840.000.000 35.000.000 805.000.000 24.675.000

8 805.000.000 35.000.000 770.000.000 23.625.000

9 770.000.000 35.000.000 735.000.000 22.575.000

10 735.000.000 35.000.000 700.000.000 21.525.000

11 700.000.000 35.000.000 665.000.000 20.475.000

12 665.000.000 35.000.000 630.000.000 19.425.000

13 630.000.000 35.000.000 595.000.000 18.375.000

14 595.000.000 35.000.000 560.000.000 17.325.000

15 560.000.000 35.000.000 525.000.000 16.275.000

16 525.000.000 35.000.000 490.000.000 15.225.000

17 490.000.000 35.000.000 455.000.000 14.175.000

18 455.000.000 35.000.000 420.000.000 13.125.000

19 420.000.000 35.000.000 385.000.000 12.075.000

20 385.000.000 35.000.000 350.000.000 11.025.000

21 350.000.000 35.000.000 315.000.000 9.975.000

22 315.000.000 35.000.000 280.000.000 8.925.000

23 280.000.000 35.000.000 245.000.000 7.875.000

24 245.000.000 35.000.000 210.000.000 6.825.000

25 210.000.000 35.000.000 175.000.000 5.775.000

26 175.000.000 35.000.000 140.000.000 4.725.000

27 140.000.000 35.000.000 105.000.000 3.675.000

28 105.000.000 35.000.000 70.000.000 2.625.000

29 70.000.000 35.000.000 35.000.000 1.575.000

30 35.000.000 35.000.000 - 525.000

1.050.000.000 472.500.000

Page 16: Tunnilsl g 2 aug 2013 - logting.fo

16

Annuitetslán 3% Primoskuld Renta Avdráttur Gjald

1 1.050.000.000 31.500.000 22.070.222 53.570.222

2 1.027.929.778 30.837.893 22.732.329 53.570.222

3 1.005.197.449 30.155.923 23.414.299 53.570.222

4 981.783.150 29.453.494 24.116.728 53.570.222

5 957.666.422 28.729.993 24.840.230 53.570.222

6 932.826.193 27.984.786 25.585.437 53.570.222

7 907.240.756 27.217.223 26.353.000 53.570.222

8 880.887.756 26.426.633 27.143.590 53.570.222

9 853.744.167 25.612.325 27.957.897 53.570.222

10 825.786.270 24.773.588 28.796.634 53.570.222

11 796.989.635 23.909.689 29.660.533 53.570.222

12 767.329.102 23.019.873 30.550.349 53.570.222

13 736.778.753 22.103.363 31.466.860 53.570.222

14 705.311.893 21.159.357 32.410.865 53.570.222

15 672.901.028 20.187.031 33.383.191 53.570.222

16 639.517.836 19.185.535 34.384.687 53.570.222

17 605.133.149 18.153.994 35.416.228 53.570.222

18 569.716.921 17.091.508 36.478.715 53.570.222

19 533.238.207 15.997.146 37.573.076 53.570.222

20 495.665.130 14.869.954 38.700.268 53.570.222

21 456.964.862 13.708.946 39.861.276 53.570.222

22 417.103.586 12.513.108 41.057.115 53.570.222

23 376.046.471 11.281.394 42.288.828 53.570.222

24 333.757.643 10.012.729 43.557.493 53.570.222

25 290.200.150 8.706.004 44.864.218 53.570.222

26 245.335.932 7.360.078 46.210.144 53.570.222

27 199.125.788 5.973.774 47.596.449 53.570.222

28 151.529.339 4.545.880 49.024.342 53.570.222

29 102.504.997 3.075.150 50.495.072 53.570.222

30 52.009.925 1.560.298 52.009.925 53.570.222

557.106.669 1.050.000.000

Page 17: Tunnilsl g 2 aug 2013 - logting.fo

17

Seriulán 4% Primo skuld Avdráttir Renta Gjald

1 1.200.000.000 40.000.000 47.200.000 87.200.000

2 1.160.000.000 40.000.000 45.600.000 85.600.000

3 1.120.000.000 40.000.000 44.000.000 84.000.000

4 1.080.000.000 40.000.000 42.400.000 82.400.000

5 1.040.000.000 40.000.000 40.800.000 80.800.000

6 1.000.000.000 40.000.000 39.200.000 79.200.000

7 960.000.000 40.000.000 37.600.000 77.600.000

8 920.000.000 40.000.000 36.000.000 76.000.000

9 880.000.000 40.000.000 34.400.000 74.400.000

10 840.000.000 40.000.000 32.800.000 72.800.000

11 800.000.000 40.000.000 31.200.000 71.200.000

12 760.000.000 40.000.000 29.600.000 69.600.000

13 720.000.000 40.000.000 28.000.000 68.000.000

14 680.000.000 40.000.000 26.400.000 66.400.000

15 640.000.000 40.000.000 24.800.000 64.800.000

16 600.000.000 40.000.000 23.200.000 63.200.000

17 560.000.000 40.000.000 21.600.000 61.600.000

18 520.000.000 40.000.000 20.000.000 60.000.000

19 480.000.000 40.000.000 18.400.000 58.400.000

20 440.000.000 40.000.000 16.800.000 56.800.000

21 400.000.000 40.000.000 15.200.000 55.200.000

22 360.000.000 40.000.000 13.600.000 53.600.000

23 320.000.000 40.000.000 12.000.000 52.000.000

24 280.000.000 40.000.000 10.400.000 50.400.000

25 240.000.000 40.000.000 8.800.000 48.800.000

26 200.000.000 40.000.000 7.200.000 47.200.000

27 160.000.000 40.000.000 5.600.000 45.600.000

28 120.000.000 40.000.000 4.000.000 44.000.000

29 80.000.000 40.000.000 2.400.000 42.400.000

30 40.000.000 40.000.000 800.000 40.800.000

1.200.000.000 720.000.000

Page 18: Tunnilsl g 2 aug 2013 - logting.fo

18

Annuitetslán 4% Primoskuld Renta Avdráttur Gjald

1 1.200.000.000 48.000.000 21.396.119 69.396.119

2 1.178.603.881 47.144.155 22.251.964 69.396.119

3 1.156.351.917 46.254.077 23.142.042 69.396.119

4 1.133.209.875 45.328.395 24.067.724 69.396.119

5 1.109.142.151 44.365.686 25.030.433 69.396.119

6 1.084.111.718 43.364.469 26.031.650 69.396.119

7 1.058.080.068 42.323.203 27.072.916 69.396.119

8 1.031.007.152 41.240.286 28.155.833 69.396.119

9 1.002.851.319 40.114.053 29.282.066 69.396.119

10 973.569.253 38.942.770 30.453.349 69.396.119

11 943.115.904 37.724.636 31.671.483 69.396.119

12 911.444.421 36.457.777 32.938.342 69.396.119

13 878.506.079 35.140.243 34.255.876 69.396.119

14 844.250.203 33.770.008 35.626.111 69.396.119

15 808.624.092 32.344.964 37.051.155 69.396.119

16 771.572.937 30.862.917 38.533.201 69.396.119

17 733.039.735 29.321.589 40.074.530 69.396.119

18 692.965.206 27.718.608 41.677.511 69.396.119

19 651.287.695 26.051.508 43.344.611 69.396.119

20 607.943.084 24.317.723 45.078.396 69.396.119

21 562.864.688 22.514.588 46.881.531 69.396.119

22 515.983.157 20.639.326 48.756.793 69.396.119

23 467.226.364 18.689.055 50.707.064 69.396.119

24 416.519.300 16.660.772 52.735.347 69.396.119

25 363.783.953 14.551.358 54.844.761 69.396.119

26 308.939.192 12.357.568 57.038.551 69.396.119

27 251.900.641 10.076.026 59.320.093 69.396.119

28 192.580.547 7.703.222 61.692.897 69.396.119

29 130.887.650 5.235.506 64.160.613 69.396.119

30 66.727.037 2.669.081 66.727.037 69.396.119

881.883.569 1.200.000.000