28
Sára B. Jespersen: Eg haldi, at tað er gott, at vit síggja andlitið hjá hvørjum øðrum s. 6-7 Bjørg Mortensen: Eg hevði ikki hug at liva longur Fyrstu ferð Bjørg drakk, var hon sjúk leingi, men hon bleiv so bundin av tí, at hon kundi ikki steðga s. 8-9 #Tween Skúlin á Fløtum 7.d

#Twee nf49671da37bc4b708e41-27a04194188a58f366e5ce2a3541e310.r60.cf1… · Summi halda, at tað skuldi verið bannað, meðan onnur einki leggja í, at kvinnur ganga í burka. Um

  • Upload
    others

  • View
    2

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

  • Sára B. Jespersen:

    Eg haldi, at tað er gott, at vit síggja andlitið hjá hvørjum øðrum s. 6-7

    Bjørg Mortensen:

    Eg hevði ikki hug at liva longur

    Fyrstu ferð Bjørg drakk, var hon sjúk leingi, men hon bleiv so bundin av tí, at hon kundi ikki steðga s. 8-9

    #Tweetin Skúlin á Fløtum 7.d

  • 2

    Fótbóltsflokkurin

    (Mynd: Hanus Sørensen (til høgru) saman við Flemming Broe)

    Árni, Sigurð R., og Sigurð T., 7.d

    Í Skúlanum á Fløtum er ein flokkur, ið eitur Fótbóltsflokkurin. Fótbóltsflokkurin venur fýra ferðir um vikuna í ein tíma. Men tað er ikki bert fótbólt, flokkurin venur. Rættur kostur er týdningarmikil Lukasz Cieslewicz, sum er millum bestu leikarir hjá B36, hevur eisini havt um at eta rætt og at gera ein innsats. Tað vil siga, at meiri tú venur, betri verður tú. Tey fáa meira við í tímunum Spurdur, um børnini fáa minni við av vanligari undirvísing, sum til dømis í enskum, rokning ella føroyskum, svarar Jan Dam, ið er lærari í Fótbóltsflokkinum, soleiðis:

    “Eg haldi, at tey fáa meira við í tímunum. Tað haldi eg, tí tá eru tey motiverað og hava ein sunnan og góðan kropp, um tey annars taka flokkin og undirvísingina nóg seriøst.” Vildi blíva betri til fótbóltin Hanus Sørensen var ein av næmingunum hjá Jan Dam. Hann spælir í dag við U17 liðnum hjá FC Midtjylland og hevur akkurát fingið ein trý ára sáttmála. Hanus dugdi bæði væl í skúlanum og á vøllinum. Hann møtti væl upp um morgunin og fylgdi væl við í tímanum. Og aftaná venjingina stillaði hann keylir upp og gjørdi nógv øvilsir sjálvur. Hann vildi bara blíva betri til fótbóltin.

    (Mynd: Jan Dam)

  • 3

    Jamboree Hanus og Símeon, 7.d

    Lord Robert Baden-Powell byrjaði skótarørsluna í 1907. Fyrsta skótalegan varð hildin í Brownsea Island í 1912 og á tí leguni vóru 20 dreingir. Skótarørslan hevur voksið seg støðugt síðan og er hon í dag kring allan heimin.

    (Mynd: Robert Baden-Powell)

    Upprunin til Jamboree Baden-Powell var í kríggi í Kenya frá 1997-1999. Tá ið hann kom aftur til Onglands, vildi hann læra dreingir at vera sjálvbjargnir, sum er endamálið við skótarøsluni. Hann hevði búð og verið í kríggi í Kenya so stóran part av lívinum, at hann valdi at jarðast har. Áðrenn hann doyði, vildi hann samla allar skótarnar á einari legu. Hesa leguna kallaði hann Jamboree, sum merkir friður á Bantu Swhaili, málinum, tey tosa í Kenya.

    Tann størsta jamburee’in inntil víðari, var í 1929, í Onglandi. 50.000 fólk úr 73 ymiskum londum vóru savnað til hana. Jamburee varð eisini hildin í Danmark í 1924. Har vóru 4500 skótar. Seinasta jamboree’in var í 2015. Hon var í Japan. Har vóru 40.000 fólk. Í 2019 verður tann fýrutjúgunda Jamburee’in í West Virginia í USA. Umleið 45.000 fólk hava meldað seg til. Tað ber til at síga, reika í fjøllunum, spæla paintball, rógva kano, súkkla við fjallasúkklu og BMX og mangt annað, til hvørja Jamboree. Fjølbroytta yrkisleiðin Robert Stephenson Smyth Baden-Powell var borin heim í London tann 22. februar 1857. Hann var á kostskúla í Charterhouse 1870-76, har hann í frítiđ síni hevđi eitt spennandi útilív, iđ seinni kveikti áhugan til skótalíviđ.

  • 4

    Í 1876 gjørdist hann yvirmađur í 13. Husarregimenti í India. Hann luttók í Asantiherferđini í 1895 og Matabelekrígginum 1896. Hann skipaði verjuna í Mafeking í Boarakrígginum í 1899-1902, og gjørdist hann heimsgitin av hesum. Eisini skipaði hann suđurafrikansku ríđandi løgregluna, og gjørdist generalinspektørur í 1903. Hann giftist viđ Lady Olave Baden-Powell í 1912. Hon gjørdist seinni ovasti hjá gentuskótunum og var áhugað í skótaarbeiđinum. Fyrsta altjóða Jamboree varð hildin í Onglandi í 1920. Har varđ Robert Baden-Powell útnevndur til alheims skótaovasta. Í 1939 fluttu hjúnini Baden-Powell úr Onglandi til Kenya. Robert andađist 8. Januar 1941 í Kenya og varđ jarđađur har. “Chief Scout of the World" stendur á eini minnisplátu í Westminster Abbey kirkjuni í London, til minnis um Robert Baden-Powell.

    (Mynd: Minnispláta av Robert Baden-Powell og konu hansara í Westminster Abbey)

    (Mynd: Á Grækarismessu)

  • 5

    Tórshavn boksing Kristian Eli, Jacob Vilhelm, Óli og Petur, 7.d Boksing er eitt ítriv, har man lærir at sláa og at flyta seg. Hetta er gott, um man skal forsvara seg sjálvan. Boksing, ella nevaleikur, er ein harður ítróttur, tí tað snýr seg um at sláa hvønn annan, men eisini tí, at venjingarnar eru harðar og tí, at man er í gongd alla tíðina.

    Boksing er ein sera populerur ítróttur í Evropa og Amerika, men verður íðkaður runt verðina. Nýggjur spennandi ítróttur Tórshavn boksing bleiv stovnað í januar 2016 av Martin Meng. Tað eru nógv fólk, ið venja boksing. Umleið 25-30 fólk møta vanliga, men fólkkoma og fara allatíðina. Boksing í Føroyum bleiv sindur meiri kent, tá nakrir úr Tórshavn boksing vóru við í Burn Showdown, har nakrir amatør dystir vóru. Umframt venjing í Føroyum skipar felagið fyri venjingarlegum í Danmark. Har eru venjingarnar harðari, og man venur oftari.

    Boksing er tríggjar ferðír um vikuna. Mánadag, mikudag og fríggjadag, og eru tær í tveir tímar hvørja ferð, so seks tímar um vikuna tilsamans. Stórur áhugi Boksing hevur hildið til nógva staðni.Í løtuni er boksingin í Høllini á Hálsi, men hevur eisini verið í Vælveru og í Eysturskúlanum. Grundin til, at tað er so nógv flyting, er tí, at boksing er blivið so væl umtókt, og tá er brúk fyri meiri plássi.

    (Mynd: 7.d til venjing í Tórshavn Boksing)

  • 6

    Skal tað beinast burtur?

    Burka Sára Bárðardóttir Jespersen, 7.d

    Verða fólk bangin, tá tey síggja kvinnur, ið ganga í burka?

    Um tú sært eina kvinnu ganga í burka í Føroyum, torir tú kanska ikki at vera beint við? Tú verður kanska bangin? Ella tú heldur tað vera fínasta slag?

    Tú veitst kanska ikki, hvat ein burka er?

    Burka er ein óskyggin alfevnandi klædningur, ið muslimskar kvinnur brúka. Ein burka fevnir allan kroppin, og hevur eitt tunt net fyri eyguni.

    Grundin til, at tær brúka burka, er at eingin skal síggja andlit teirra. Menninir hjá teimum vilja ikki, at aðrir menn skulu síggja andlit teirra.

    Tað eru ymiskar meiningar, um burka skal vera loyvd í Føroyum. Summi halda, at tað skuldi verið bannað, meðan onnur einki leggja í, at kvinnur ganga í burka.

    Um man bannar burka í Føroyum, so kunnu onnur heldur ikki hava nakað, ið fjalir andlitið, t.d. so kann Bassi ikki ganga í hansara búna, og vit kunnu heldur ikki ganga grýlu.

  • 7

    Skúlin á

    Fløtum

    Eg haldi, at burka skuldi verið beind burtur í Føroyum, tí at mær dámar tað ikki. Eg verði bangin, tá eg ikki síggi andlitið á fólki, ella eg ikki veit, hvørji tey eru.

    Føstulávint, til dømis, er bara ein dag um árið, og tí haldi eg, at man kann gera eitt undantak, og geva loyvi til at ganga í grýluklæðum eina ferð um árið.

    Í Føroyum hava vit demokrati. Demokrati merkir fólkaræði. Eg haldi, at tað er gott at vit hava demokrati, tí at tað gevur okkum ein møguleika at ráða sjálvi, men eisini, at vit síggja andlitið hjá hvørjumøðrum.

    Her sært tú eina mynd av fýra ymiskum slørum, sum muslimar brúka:

    Chador Hijab Niqab Burka

  • 8

    Ung og Rúsdrekka

    (Mynd: Bjørg Mortensen, psykoterapeut)

    Anna Marita, Kristina, Marjun og Vilhjálmur, 7.d

    “Eg hevði ikki hug at liva longur, eg skammaðist um meg sjálva, men eg fekk góða hjálp, og nú er hetta eitt fantastiskt og gott lív”. Evnið “ung og rúsdrekka” er so nógv frammi, bæði í skúlanum og miðlum, at vit hildu, at tað kundi verið sera áhugavert at kanna tað gjøllari. Tí hava vit sett okkum í samband við ymisk fólk, men eisini ein stovn, ið fæst við rúsdrekka, at finna meiri útav evninum. Bjørg er útbúgvin psykoterapeutur og avhengiheitsráðgevi. Men hon er eisini ein turrlagdur alkoholikari. Hon var í viðgerð fyri uml. 17 árum síðani, tí at hon misti tamarhaldið á rúsdrekkanýtsluni. Bjørg var bert 12 ára gomul, tá ið hon byrjaði at drekka. Hon hevði nógvar trupulleikar í lívinum. Millum annað var hon ofta fyri kynsligum ágangi frá tí at hon var 4 til 9 ára gomul. 12 ára gomul bleiv hon útsett fyri einari neyðtøkuroynd, sum ikki eydnaðist.

    Hon sigur: “Eg var heilt einsamøll, eg segði tað ikki fyri nøkrum”. “Tað er heilt forkert, at ung, yngri enn 18 ár, ganga úti á gøtuni ávirkað av rúsevnum ella rúsdrekka Tað er ikki gott. Tey skulu fyrst læra seg sjálvan at kenna, áðrenn rúsevnini og alkohol koma uppí. Eg eri tí heilt samd við aldursmarkinum, at man skal vera 18 ára gamal, tí at heilin útviklar seg so nógv, akkurát tað tíðarskeiðið.” Um munin á hasji og alkoholi sigur Bjørg: “Men um ung ætla at vera ávirkað, skulu tey halda seg langt burturfrá hasji, men heldur fara at drekka, tí at hasj ger nógv størri skaða. Tó heldur hon, at tað eru góð ráð at halda seg burtur frá slíkum: “Lat vera við at drekka ella at taka rúsevni, tí at tit hava lívið framman fyri tykkum. Seinni kunnu tit kanska fara at drekka okkurt. Men roynið at hugsa um orsøkina til, at myndugleikarnir hava lagt eitt aldursmark á. Tað er ein grund til, hví teir hava gjørt tað. Man kann altíð fara til eina fest uttan at vera ávirkaður.” Tá ið Bjørg byrjaði at drekka, fekk hon ikki nokk. Hon vildi altíð hava meir. Øll søgdu við hana, at hon skuldi steðga við at drekka, men hon megnaði tað ikki. Hon hevði aldrin ætlað sær at verða alkoholikari, men tað kom bara knappliga uttan at hon hugsaði um tað. Hon er skjótt 60 ára gomul, og hevur brúkt tey síðstu 17 árini at lært seg sjálvan at kenna, til dømis, hvat er tað at vera ungur, at verða vaksin, at verða mamma? Alt hetta mátti hon fara ígjøgnum umaftur, tí at tað var mist. Hon steðgaði við at drekka, tá hon var uml. 40 ára gomul, og hevur nú verið edrú í meira enn 17 ár.

  • 9

    “Tað var ein øgiliga keðiligur stemningur heima, har børnini byrjaðu at taka ábyrgd. Tann elsti sonurin tók tí mestu ábyrgdina á seg, tí at hann var 10 ár eldri enn hinir tveir synirnir, og bleiv næstan teirra foreldur. Tað hevur sikkurt ávirkað teir nógv, at eg havi drukkið, og at eg eisini hevði ein mann, ið var alkoholikari. Men tá ið eg bleiv edrú, hevur tað eisini hjálpt teimum, og síðani hava teir slept ábyrgdini. Teir hava betalt ein høgan prís.”

    Víðari um munin á hasji og alkoholi sigur hon: “Alkohol er eitt upploysingarevni, ið upploysir feitt í heilanum. Feittið er vigtugt fyri heilan, og tí er tað ikki gott, at tað hendir. Men tá ið tú steðgar við at drekka, er kjansurin stórur, at feittið kemur aftur. Men tá ið tú roykir hasj, tekur tað bæði feittið og okkurt av heilanum, og tað kemur ikki aftur. Man møtir kanska onkrum hasjarum, teir eru kanska um 40 ára aldurin, men uppføra seg sum teir vóru 14 ára gamlir.

    Teir ynsktu ongantíð at enda so. At útvikla tað bundna sambandið við reint alkohol tekur umleið 20 ár, umleið 10 ár at útvikla tað bundna sambandið við hasji, og umleið 5 ár at útvikla tað bundna sambandið við narko og tablettir.” Eisini fyri foreldrini er tað betri, umtil ber at siga so, at tey ungu drekka heldur enn roykja hasj: “Tað gongur nógv longri tíð hjá foreldrunum at finna útav, at tú roykir hasj, enn um tú drekkur. Fornuftig foreldur finna útav tí, um tú drekkur hvørt vikuskifti. Ímeðan tey ikki líka skjótt finna útav, um tú roykir hasj.” “Sum heild skal man bara hugsa um, hvat man ger her í lívinum, tí avleiðingar fylgja,” forklárar Bjørg. Fyrstu ferð Bjørg drakk, var hon sjúk leingi, men hon bleiv so bundin av tí, at hon kundi ikki steðga. Kroppurin bleiv ordliga bundin av alkoholinum, og skuldi bara hava meir. “Nógv byrja at drekka, tá ið tey koma til veistlur. Men tey flestu byrja at drekka av bólkatrýsti. Tey sleppa ikki at drekka, tí at tað hava foreldrini sagt, men man má læra at siga “nei”. Vinirnir mugu respektera tað, líka sum at tú ikki hevði biðið vinirnar steðgað og sagt, at tað er skítbýtt, at tú drekkur.” sigur hon. ,,Eg steðgaði at drekka uppá tann mátan, at eg ynksti ikki at liva meir. Eg var flóv og skammfull, men eg kláraði ikki at lata vera við at drekka.

  • 10

    Eg helt, at tað var tann einasti møguleikin. Men seinni ringdi eg til Heilbrigdi, og tá fekk eg at vita, at har vóru nøkur ting, sum eg kundi gera. Eitt av teimum var, at eg skuldi prøva at steðga. So hvønn dag eg komi upp, lovi eg mær sjálvum, at eg ætli mær ikki at drekka í dag. Og eg havi fingið eitt fantastiskt lív. Eg havi onga skomm av mínum egna lívi,” endar Bjørg Mortensen. Um tú hevur stórar avbjóðingar við alkoholi, kanst tú fara til Heilbrigdi, sum er á Velbastað, ella fara til Bláa Kross, sum er inni í Eysturoynni. Um tú ert eitt barn av alkoholiskum foreldrum, kanst tú eisini altíð kontakta Barnaverndina. Men eisini ber til at venda sær til Bjørg Mortensen og spyrja hana um ráð.

    Vit hava tosað við trý foreldur innan skúlaøkið um rúsdrekka hjá ungum fyri at fáa ymiskar meiningar um evnið. Agga Niclasen, læraralesandi: - Eg havi 4 børn, og eg fari ikki at lata tey drekka alkohol, men tá ið tey eru 18 ára gomul, er tað ikki mín ábyrgd longur. Tað er ikki tí at tað er religøst ikki at drekka, men eg haldi at tað er best fyri míni børn. Eg haldi, at markið 18 ár er ordiliga gott, tí í tannáringa-aldrinum eru frammanundan so nógvar sálarligar og kroppsligar broytingar. Tá verður tað verri at takla stoffur og alkohol. Tá ið tú hevur drukkið alkohol, kanst tú finna uppá ting, tú vanligt ikki hevði gjørt, sum til dømis at enda í song við einum øðrum persóni ella enda í einum bardaga. Um eg síggi onkran undir 18 ár ganga úti, so hugsi eg ikki “ólógliga beist”, men kanska heldur, hvussu tað ávirkar hini ungu. Meira foreldrini lova børnunum hjá sær at drekka, jú meira fara tey at drekka, siga kanningar. Eg skilji væl, at onnur foreldur hava aðrar meiningar, tí at øll hava ymiskar meiningar um hetta evni, og tað skal man virða.

    Jónfríð Jóanersarson, lærari: - Eg haldi, at tað er í lagi, at aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka er 18 ár. Eg meti, at tey 16 ára gomlu eru ov ung, serliga tí tey eru ov ung til at hugsa um avleiðingar av tí, ið kann henda, tá tú ert ávirkaður. Vit hava jú nógv dømi um, at ung undir 18 ár hava drukkið og so gjørt okkurt, ið er sera flóvisligt at vakna upp til, tá tey hava sovið rúsin av sær.

  • 11

    Eg havi tvey børn og tey hava ikki fingið rúsdrekka frá okkum foreldrum. Vit hava gjørt okkara besta til at kunna tey um møguligar avleiðingar. Dótturin er nú yvir 18 ár, hon er ikki í iva í okkara hugburði, og hevur sjálv ein skilagóðan hugburð til rúsdrekka. – Eg haldi ikki, at forboð er loysnin, tá vit hugsa um rúsdrekka, men heldur skynsom kunning.

    Anna Dalsgaard, lærari: - Til at byrja við vil eg bara siga, at næstan einki í lívinum er svart/hvítt. Altso antin so ella so. Um eg var heilt einsamøll um at bestemma um, hvat míni børn sluppu og ikki, so høvdu tey t.d. ikki sloppið at drukkið rúsdrekka, fyrr en tey eru 18 ára gomul. Tað sigur lógin og serfrøðingar meta ikki, at man skal njóta rúsdrekka áðrenn tað. Men nú er tað so, at míni børn hava tvey foreldur, hava vinfólk, umgangskreds og liva í einum samfelag, har tingini ikki eru so einføld. Tað er ein sannroynd, at ung fólk drekka rúsdrekka - eisini áðrenn tey eru 18 ár. Og tað mugu vit fyrihalda okkum til. Sum foreldur skulu vit alla tíðina meta um, hvat er rættast at gera í einstaka førinum. Har sum tær hava gingið í skúla hevur verið vanligt, at rúsdrekka verður drukkið til endaveitsluna í 9.flokki - tvs tá eru tey umleið 16 ára gomul.

    Tá hava vit loyvt teimum at fáa tvær-tríggjar cider við sær í veitslu. So vita vit, hvat børnini drekka, um tey ætla at fáa sær okkurt. Um tey fáa eitt nei, men kortini velja at drekka rúsdrekka, kann tað vera torført at koma til okkara, um tað nú er hent okkurt, meðan tey hava drukkið rúsdrekka, tí tey kunnu vera bangin fyri, hvussu vit reagera. Men um vit gera eina greiða avtalu um, at tey kunnu drekka tvær ella tríggjar cider, kunnu tey vera meira opin um hetta og koma til okkum, um tey hava trupulleikar. Vit hava álit á okkara børnum. Vit hava gjørt teimum greitt, at við at lova teimum at drekka 2-3 cider til eina veitslu byggir á, at vit hava álit á, at tær taka hesa ábyrgd, sum fylgir við, í álvara. Eg haldi, at man skal bíða sum longst við at drekka rúsdrekka. Jú yngri man er, tá man byrjar at drekka, og kenna rúsin, sum eina løtu kann fáa smædni og ósikkurheit at hvørva, tess meiri bundin kann man blíva at tí. Ofta er man sum tannáringur ósikkur uppá seg sjálva, løtt at ávirka o.s.fr. Um man í fyllskapi hevur gjørt ella sagt okkurt býtt við ein persón, kann tað vera ringt at hitta tann persónin aftur. Og tí kann mann byrja at drekka meir og meir fyri at koma vekk frá veruleikanum.

  • 12

    BLÁI KROSSUR Blái Krossur er ein hjálparfelagsskapur, sum heldur til á Nesi í Eysturoynni. Felagsskapurin er til fólk, ið hava trupulleikar við alkoholi og rúsevnum. Tey eru altíð til reiðar at hjálpa tær, hevur tú trupulleikar. Fyri at skilja ung og rúsdrekka betri, hava vit tosað við Bláa Kross. Tey greiddu so frá: “Ung eru løtt at ávirka, og júst hvørji vinfólk ung hava, hevur stóra ávirkan á, um tey byrja at drekka ella ikki. Orsøkin til, at tannáringar ofta byrja at drekka, er til dømis, at vinir drekka alkohol. Tað ávirkar nógv tannáringin, og síðani kann hann eisini byrja at drekka. Fyri ikki at byrja at drekka, kanst tú finna vinir, tú hevur álit á, ella finna okkurt annað at gera í frítíðini, sum til dømis ítrott.”

    Tey nevna Ísland sum dømi: “Í Íslandi gera tey nógv við at hjálpa teimum ungu, so at tey ikki byrja at drekka alkohol. Tey hava gjørt stórar og góðar hallir, so at tey ungu hava nóg nógv at gera. Eitt nú hava myndugleikarnir avgjørt, at ung ikki hava loyvi at vera úti aftaná kl 23:00. Við hesum vilja tey fyribyrgja, at tey ungu drekka og koma út í harðskap.” Blaí Krossur vísir á, at tað eru nógv ung, yngri enn 18 ár, sum stríðast við rústrupulleikar. Rústrupulleikar, sum geva ein fyribils lætta, men gera alt verri í seinasta enda. Dat Ung er fyrsta føroyska rúsviðgerðin, serliga ætlað teimum ímillum 15 – 18 ár. Um tú ert ein av teimum ungu, ið stríðist við rústrupulleikum, so kanst tú altíð seta teg í samband við Dat Ung.

    ( rúslinjan ) Telefon: 770 777

    ( samband ) Telefon: 770 700

  • 13

    Rasisma Rasuskilnaður, eisini nevnt rasisma, er tá ið vit halda, at okkara slag av fólki er betri enn eitt annað fólkaslag. Tað vil siga, at svørt og hvít fólk ikki skulu hava samband, men skiljast av. Tað gjørdi man í uml. 1860’inum, har tey seldu trælir til tey hvítu, og fingu valdið á teimum svørtu. Orðini rasisma og rasuskilnaður verða ofta knýtt at ólógligum gerningum, sum kunnu skaða onnur. Tað kann t.d. vera ekstremisma, hatur og hópdráp. Annað dømi er nasisma og antisemitisman (tá ið man hevur okkurt ímóti Jødum) í Týsklandi, sum bleiv brúkt til at rættvísgera, at jødar, samkynd, fólk við breki og onnur sum onkursvegna vóru øðrvísi, vórðu tikin og send í týningarlegur at arbeiða hart ella fyri at verða dripin. Fleiri lond hava nú lógir sum skulu forða fyri, at fólk kunnu blíva viðfarin øðrvísi ella verri enn onnur orsakað av trúgv, húðarliti o.s.fr. Tað øvugta av rasismu er antirasisma. Í 17-18. øld var vanliga fatanin millum vísindafólk, at mannaættin var býtt sundur í ymiskar rasur (fólkasløg), og at summar rasur vóru hægri mentar enn aðrar, og at tað rættvísgjørdi, at munur var gjørdur millum hesi ymisku fólkasløgini. Nøkur dømi um rasuskilnað er apartheit í Suðurafrika, trælahandil, tá fólk úr Afrika vórðu tikin og førd kring heimin og seld sum trælir til hvít fólk, serliga til plantasjueigarar.

    ST hevur síðani 1948 arbeitt við at minka um rasismu og at gera tað ólógligt at viðfara fólk øðrvísi orsakað av tjóðskapi, húðarliti, trúgv, seksuellari orientering ella øðrum líknandi viðurskiftum. Í Føroyum er ikki nógvur rasuskilnaður sum í øðrum londum. Í øðrum londum eru fólkini meira varin rundanum tey, ið hava ein øðrvísi húðarlit. Rasuskilnaður hendir t.d. í Danmark har muslimar blíva ofta sæddir sum terroristar, og vera viðfarnir øðrvísi, tað gera flestu Føroyingar eisini. Martin Luther King Jr. Martin Luther King Jr. (15. januar 1929 - 4.apríl 1968) var prestur og gjørdist kendur fyri arbeiði fyri javnstøðu ímillum myrk og hvít.

    King var ávirkaður av Gandhi og fekk myrkar amerikanarar at mótmæla friðarliga. Sjálvur var hann uppi í mongum mótmælisgongum og gjørdist kendasti og virðiligasti maður í amerikanska borgararættindastríðnum. Hann varð myrdur í 1968, tað elvdi til harm og mikla vreiði, og ófriður brast á í 125 býnum í USA. ST hevur síðani 1948 arbeitt við at minka um rasismu og at gera tað ólógligt at viðfara fólk øðrvísi orsakað av tjóðskapi, húðarliti, trúgv, seksuellari orientering ella øðrum líknandi viðurskiftum.

  • 14

    Kendasta talan hjá honum eitur I have a dream, varð hildin í trappunum til Lincoln memorial í høvustaðnum Washington D.C, 28. august 1968, har hann m.a. segði, at friður skuldi vera millum allar rasur. Vit hava tosað við ein lærara og tveir næmingar úr sjeynda flokk, har vit spurdu teir um rasismu. Hvat er rasisma? 1. Tað er, tá ið man dømir fólk eftir, hvussu man sær út. 2. Døma út eftir útsjónd. 3. Tá ið tú sigur okkurt niðurgerandi ímóti teimum myrku. Hvat er tín meining um rasismu? 1. Rasisma er keðiligt, og eg haldi at vit skulu gera, so tað ikki er so nógv av rasismu í verðini. 2. Keðiligt at fólk hava uppfunnið uppá rasismu. Øll fólk eru líka innast inni. 3. Ikki gott. Tað er ónt, tað er eisini rasistiskt, keðiligt og ógvuliga niðurgerandi ímóti teimum myrku. Hevur tú nakað ímóti rasismu? 1. Ja, eg havi nakað ímóti rasismu, og tað haldi eg eisini tey flestu hava, men har eru eisini nógv, sum ikki hava nakað ímóti rasismu. 2. Ja, eg havi nakað ímóti rasismu. 3. Ja tað er niðurgerandi.

  • 15

    Stuttligar uppgávur Orðavavstur

    Klárar tú at finna tey 18 orðini?

    RÓPA TELDIL DILD

    LIKKA RENNIHJÓL BÝTTUR

    NÁTT NÁL LJÓS

    MÚS SÓS RÓT

    TANNBUST APA MÚRUR

    UR PLÁTA TAL

    R E N N I H J Ó L E

    Ó I Á Á N J Á J J S

    P T L T A L K M Ó B

    A E I T O A M Ú S Ý

    P L Á T A B Y R Ó T

    A D T A N N B U S T

    D I L D N Ú K R B U

    O L I K K A K E S R

  • 16

    Kross og bolli Verið nú eitt sindur sosial!

    Eg X Tú O

  • 17

    Krønikur: 1. Hvussu nógvir dreingir búgva í Danmark?

    Tveir! Dan og Mark!

    2. Hvør er har? Finn Finn hvør? Finn sjálvur útav tí!

    3. Blondina: “Hvat stendur IDK fyri”?

    Brunetta: “I don’t know” Blondina: “OMG! Eingin veit hvat tað er!

    4. Mamma tín er so feit, at tá ið hon setur seg á sína iPhone, verður hon til ein iPad!

    5. Hvussu eitur kona jólamannin? Mary Christmas!

    6. Hey Maria, hví vart tú ikki til mín hugnadag í gjár? Maria: “Har stóð á seðlinum, at tað var frá 10 - 14, og eg eri bara 9 ár!”

    7. Mamma tín er so feit, at tá ið man koyrir hana í eina stift, verður hon til eina feittstift.

    8. Tað eru trý sløg av fólki í heiminum: Tey, sum duga at rokna og tey, sum ikki duga at rokna.

  • 18

    Visti tú?

    1. Visti tú av, at tá ið tú málar eitt rúm, verður tað minni.

    2. Visti tú av, at tað er ein loynilig íbúð á toppinum á Eiffeltorninum.

    3. Visti tú av, at McDonalds vinna umleið 356.881.438 milliónir krónur um dagin.

    4. Visti tú av, at um tú flennir falskt nóg leingi, fært tú láturkrampa.

    5. Visti tú av, at nógvir japanskir skúlar hava ikki vaskikonur, men næmingarnir vaska partar av skúlanum, áðrenn teir sleppa heim.

    6. Visti tú av, at tað finnast te-posar, sum líkjast gullfiskum.

    7. Visti tú av, at maðurin sum legði rødd til Micky Mouse, og konan, sum legði rødd til Minnie Mouse, vóru gift í veruleikanum.

    8. Visti tú av, at man ikki kann snorka og droyma samstundis.

    9. Visti tú av, at tannkremið “Colgate” á sponskum merkir: “Far og hong teg sjálvan.”

    10. Visti tú av, 111.111.111 x 111.111.111= 12.345.678.987.654.321

    11. Visti tú av, at nakrir sniglar sova 3 ár í senn.

  • 19

    Lita meg!

  • 20

  • 21

    Uppskriftir: Sjokoláta bakstur Brownies

    Tað, tú skal brúka:

    100g smør 2 egg 3dl sukur 1,5dl hveitimjøl 4 spsk kakao pulvur 1,5 tsk vaniljusukur 1 nipp av salti

    Soleiðis gert tú:

    Set ovnin á 175˚ Smelta smørið og lat tað kølna. Píska egg og sukur saman í einari skál. Rør mjøl, kakao, vaniljusukur og salt saman í einari aðari skál. Síla mjølblandingina í egg- og sukurmassan, og koyr tað smeltaða smørið í, og rør væl. Smyr ein bakiform og koyr rasp í hann, rist raspið runt í forminum og tøm restina úr. Koyr deiggið í formin og inn í ovnin í 30 min, men ansa eftir, at kakan ikki fær ov nógv. Ger so væl.

  • 22

    Sjokoláta muffins

    Tað, tú skalt brúka:

    100g av myrkari sjokolátu 250g av hveitimjøli 250g av sukuri 2 tsk av vaniljusukur 5-6 spsk av kakao 1 tsk av natron 2 egg 1dl av mjólk 1dl av oljumargarini 2dl av jogurti, hvítu ella blaki

    Soleiðis gert tú:

    Hita ovnin á 200˚. Sker sjokulátuna í smáar puntar og blanda saman við tí turra tilfarinum. Rør restina av tilfarinum saman og vend tað í mjølblandingina. Koyr deiggið í muffinsformar. Koyr muffinarnir í ovnin og baka mitt í ovninum í umleið 15 min. Vælgagnist.

  • 23

    Cookies

    Tað, tú skalt brúka:

    1 1/2dl olia 1/2 slog mjólk 200g putursukur 2tsk vaniljusukur 1tsk salt 2tsk karamel smakk 2spsk maismjøl 250g hveitimjøl 1tsk bakipulvir 1tsk natron 200g hakkaða sjokolátu

    Soleiðis gert tú:

    Hita ovnin á 175˚ Píska oljuna, mjólkina, putursukrið, vaniljusukrið, saltið, karamelsmakkin og maismjølið saman. Tað skal

    pískast í umleið 2 min, til tað byrjar at blíva tjúkt og líkjast karamel Rør hveitimjølið, natron og sjokolátapuntini saman. Tað kann vera eitt sindur torført at fáa tað inn á deiggið,

    men tað ger einki. Tak eina hálva spsk av deigginum og rulla hana til eina kúlu og koyr á plátuna. Ger tað sama til deiggið er

    uppi. Koyr eina plátu í senn í ovnin í 10-11 min. Vælgagnist.

  • 24

    Sjokoláta moussa

    Tað, tú skalt brúka:

    200g sjokolátaknappar 4 egg 3 dl pískiróma 1 tsk vaniljusukur

    Soleiðis gert tú:

    Set ein bolla í vatnbað (vatnið skal vera kókandi, ella beint úr ketlinum) Smelta so sjokulátani yvir vatnbanum. Tak eggini og skil blommuna frá hvítuni. Tak bollan við sjokulátini úr vatninum, og rør eina eggjablommu í í senn. Ansa eftir, at sjokolátan ikki er

    heitari enn 60, tá tú koyrir eggjablommurnar í. Píska róma og vaniljusukrið til krem. Blanda kremið við sjokulátini. (Stoyt eisini kaffið í, um nú tú hevur hug til tað) Píska nú eggjahvíturnar stívar, og blanda tær við sjokulátini. Moussin skal í gløs, og lat tey standa í køliskápinum í 1-2 tímar. Ger so væl :)

  • 25

    (Mynd: Aron Jensen, 7.d)

  • 26

    (Mynd: Aron Jensen, 7.d)

  • 27

    (Mynd: Aron Jensen, 7.d)

  • 28