64
ÁRSFRÁGREIÐING 2017 Visit Faroe Islands

Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

  • Upload
    others

  • View
    0

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

ÁRSFRÁGREIÐING 2017

Visit Faroe Islands

Page 2: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

2 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

INNGANGUR 3

FERÐAVINNAN 2017 Í TØLUM 4

BÚSKAPARLIGI TÝDNINGURIN AV FERÐAVINNUNI 10

SOLEIÐIS SÍGGJA FERÐAFÓLKINI TIL FØROYAR ÚT 12

STRATEGI FYRI FERÐAVINNUNA Í FØROYUM 14

VISIT FAROE ISLANDS 18

BRANDIÐ FYRI FERÐAVINNUNA Í FØROYUM 20

VISIT FAROE ISLANDS SKAPAR FJØLMIÐLAUMRØÐU FYRI YVIR 390 MIÓ. KR. 24

YVIRLIT YVIR MARKNAÐARFØRINGSVIRKSEMI Í 2017 36

FRÍTÍÐARFERÐAVINNA 38

VINNUFERÐAVINNA 48

TALGILDIR MIÐLAR 54

ONNUR TILTØK 60

Innihald

Page 3: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 3

2017 gjørdist eitt hendingarríkt ár fyri føroysku ferðavinnuna.

Vøkstur bæði sjóvegis og loftvegis. Talið av gistingum vaks við

níggju prosentum samanborið við árið fyri - tá eru tølini fyri

Airbnb ikki tald við. Vit fingu fleiri nýggjar útbjóðaðar, herundir

eitt nýtt flogfelag, SAS. Nýtt ferðaleiðaraskeið varð sett í

gongd. Eisini framlegði Uttanríkis- og Vinnumálaráðið nýggjan

ferða vinnu politikk, ið millum annað legði upp til, at ein

menningardeild skal setast á stovn undir Visit Faroe Islands

(VFI) í 2018. Nýggjastu tjóðar lykla tølini, ið eru frá 2016, vísa ein

umsetning á kr. 606 mió. og 607 ársverk. Hagstovan hevur

gjørt eina tillaging í inn savningarháttinum til tjóðarlyklatølini,

og tí eru tølini nakað broytt, har umsetningurin er niðurstillaður

og ársverkini uppstillaði.

Nú gistingarparturin hevur fingið eina rættiliga stóra grásonu vegna

Airbnb (Airbnb vil ikki lata hagtøl viðvíkjandi gisting í Føroyum), økist

tørvurin á, at eisini fáa skrásett tjóðskap á teimum ferð andi yvir

flogvøllin. Samráðst verður í løtuni við Vága Floghavn og Atlantic

Airways um hetta.

Ferðavinnan í Føroyum veksur, men als ikki í eins stóran mun sum

almenna myndin til tíðir hevur verið seinasta árið. Vit hava tvørturímóti

tørv á fleiri ferðafólkum. Sesongin má breiðkast víðari, um framtíðar

fíggjarliga burðardygdin hjá vinnuni skal tryggjast, ið ger stórar íløgur í

nýggjan kapasitet komandi árini. Tað er tí sera týdningarmikið, at tað

framhaldandi verður stórur dentur lagdur á at marknaðarføra Føroyar.

Ferðavinnumarknaðarføringin gagnar (útyvir ferðavinnuna) eisini eins

nógv tí samlaðu tjóðar bygg ingini av okkara landi.

Hóast nakað av neiligari umrøðu í miðlunum um ferðavinnuna

sein asta árið, vísir kanning, ið Lóðir hevur gjørt fyri okkum, at nógv

tann størsti parturin av føroyingunum eru jalig um ferðavinnu og

síggja stórar inntøkumøguleikar í henni.

Átøkini, ið vit á VFI gjørdu í 2017, bæði sjálvi og saman við vinnuni,

hava sum heild gingið sera væl. Faroe Islands Translate átakið, ið vit

gjørdu saman við Atlantic Airways í 2017, gekk sera væl og Sheep

View átakið frá 2016 fekk aftur nógva altjóða umrøðu í 2017, tá

Google almannakunn gjørdi, at Føroyar vóru nú at finna á Google

Street View. Hugaligt var at síggja, at lítlu Føroyar fyri fyrstu ferð

nakrantíð vunnu heimsmeist ara heiti innan lýsingarheimin, við

gullleyvum frá Cannes Festival of Creativity fyri Sheep View.

Áhugin frá altjóða fjølmiðlum at vitja okkum og skriva um Føroyar er

enn sera stórur, eins og frá øðrum “influencers”, so sum blogg arum

og instagrammarum. Harafturat økist talið av fylgjarum fram haldandi

á okkara egnu sosialu miðlum og nærkast vit nú tilsamans 400.000

fylgjarum á okkara egnu sosialu pallum, sum er sera høgt í norð ur-

lendskum høpi. Til samanbering var talið umleið 100.000 í 2015.

Í hesi ársfrágreiðing fáa tit eina nærri mynd av virkseminum hjá

Visit Faroe Islands í 2017, har tey ymsu virkisøkini verða lýst.

Takk fyri gott samstarv í 2017! Góðan lesihug!

Guðrið Højgaard

Stjóri, Visit Faroe Islands

Inngangur

Page 4: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

4 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Ferðavinnan 2017 í tølumHagstova Føroya savnar í samstarvi við Visit Faroe Islands inn gistingarhagtøl, eins og onnur lyklatøl, sum vísa týdningin av ferðavinnuni fyri tjóðarbúskapin og tal av arbeiðsplássum. Eisini eru neyvari ferðafólkalýsingar gjørdar saman við Gallup.

GISTINGAR

Í 2017 vóru íalt skrásettar 174.809 gist ing ar

í Føroyum samanborið við 159.759 í 2016.

Tað svarar til ein vøkstur á góð 9%.

Danmark er, sum áður, enn tann størsti

markn aðurin, við nærum 42% av teimum

útlendsku gistingunum. Sum tað fram gong­

ur, koma tey vitjandi í størstan mun frá

nær markn að un um, men talið av vitjandi úr

meira fjarskotnum londum økist eisini. Flestu

gistingar hjá útlendingum verða gjørd ar á

gistingarhúsum, heili 85% av teim um

samlaðu gistingunum. 67% av øll um

gistingum verða gjørdar í Suður streymi. Mest

vanligt er at koma til Føroyar sum ein­

staklingur ella í minni bólki á eini frítíðar ferð.

Síðani 2013, tá gistingartølini aftur vórðu

savn aði inn, kann staðfestast, at vit eru

farin frá 132.265 gistingum í 2013 til

174.809 í 2017. Hetta svarar til ein vøkstur

á 32% fyri alt tíðarskeiðið. Tá eru Airbnb tøl

ikki tald við.

Gistingarhagtølini frá Hagstovuni innihalda

ikki tølini fyri Airbnb, av tí at amerikanska

fyritøkan ikki almannakunngerð síni hagtøl.

Hetta er sera óheppið fyri gistingarhagtølini,

ikki minst av tí, at alt bendir á, at hetta er

ein av teimum gistingarformum, ið er mest

vaksin seinastu tvey árini. Samlaða talið av

gistingum er sostatt størri enn nevnt

om an fyri. Fleiri enn 300 føroyskir brúkarar

leiga nú sín bústað út á Airbnb, og leystliga

mett er talið av Airbnb gistingum væntandi

komið upp á millum 15.000 og 20.000

gist ing ar. Tað merkir, at tað samlaða talið

av gist ing um í so fall nú er komið uppá

mill um 190.000 og 200.000.

Samlaða gistitalið fyri landið øktist frá 49%

til 55% í 2017 samanborið við 2016.

Gistitalið í Suðurstreymi øktist frá 52% til

60% sama tíðarskeið.

FERÐASKIP

Talið av gestum, sum koma við ferða skip­

um, hevur verið í støðugum vøkstri í nógv

ár, men í 2016 varð hetta talið hálverað,

vegna tí nógv umrøddu grindalógina. Frá

61.227 gestum í 2015 til 29.082 í 2016.

Í 2017 øktist talið av gestum við ferða skip­

um nakað aftur, til 39.000, men langt er enn

á mál til metárið 2015.

Talið av skipum í 2017 var 50 samanborið

við 42 í 2015. Harafturat vóru 19.927

starvs fólk umborð í 2017, samanborið við

14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja

eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta

gev ur eitt samlað gestatal upp á 58.927 í

2017, samanborið við 43.874 í 2016. Í 2015

var samlaða gestatalið 89.978.

Størsti parturin av skipunum í 2017 løgdu

at í Tórshavn.

Flestu gestir, ið komu við ferðaskipum í

2017, komu úr Stóra Bretlandi, Týsklandi,

USA, Avstralia og Kanada.

Ferðavinnan 2017 í tølum

Page 5: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 5

TOP 10 listi yvir útlendskar gistingar í 2017

1. Danmark

2. Noreg

3. Týskland

4. Bretland

5. Svøríki

6. Ísland

7. USA

8. Niðurlond

9. Italia

10. Frakland

Page 6: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

6 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Ferðavinnan 2017 í tølum

Gistingarnætur 2017, flokkaðar eftir bústaðarlandi og slag av gisting

Land Gistingarhús Ból og Biti Íbúð/Hús Kamping Tilsamans Broyting 16/17 %

Danmørk 48.423 757 6.068 688 55.936 2.951 6%

Føroyar 28.819 234 6.830 4.694 40.577 -4.536 -10%

Noreg 12.240 108 658 173 13.179 608 5%

Europa annars 8.929 233 851 2.562 12.575 5.088 68%

Týskland 7.859 441 1.064 1.444 10.808 2.052 23%

Bretland 6.697 83 477 602 7.859 2.172 38%

Svøríki 6.959 160 432 204 7.755 2.615 51%

Ísland 5.462 3 220 191 5.876 -557 -9%

USA 3.792 78 14 105 3.989 650 19%

Niðurlond 1.964 130 398 452 2.944 758 35%

Italia 2.339 66 220 144 2.769 450 19%

Frakland 1.649 119 77 434 2.279 341 18%

Spania 1.785 42 97 42 1.966 498 34%

Asia 1.633 1 63 19 1.716 442 35%

Finnland 1.300 28 60 26 1.414 335 31%

Avstralia og NýSæland 861 35 11 33 940 321 52%

Grønland 751 54 805 432 116%

Norðuramerika annars 492 6 39 537 34 7%

Nær og miðeystur 261 4 20 4 289 148 105%

Áland 192 10 202 202

Suðuramerika 140 28 168 18 12%

Afrika annars 148 148 100 208%

Norðurafrika 33 33 32 3200%

Miðamerika og Karibia 16 1 8 6 31 -118 -79%

Oceania og póløkið 10 1 11 11

Ikki upplýst 3 3 3

Tilsamans 142.757 2.539 17.650 11.863 174.809 15050 9%

Gistingarnætur 2017, flokkaðar eftir slag av gisting og mánaði Gistingarslag 2017/01 2017/02 2017/03 2017/04 2017/05 2017/06 2017/07 2017/08 2017/09 2017/10 2017/11 2017/12 Tils. Broyting 16/17

Gistingarhús 5.173 5.379 8.055 11.435 16.091 18.390 22.256 19.963 14.528 10.098 7.595 3.794 142.757 12%

Ból og Biti 38 69 27 103 217 549 869 505 115 39 6 2 2.539 -4%

Íbúð/Hús 418 628 994 1.108 1.697 3.586 4.927 2.700 855 377 243 117 17.650 -1%

Kamping 282 118 249 415 732 2.044 4.224 2.287 752 490 138 132 11.863 1%

Tilsamans 5.911 6.194 9.325 13.061 18.737 24.569 32.276 25.455 16.250 11.004 7.982 4.045 174.809 9%

Page 7: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 7

Gistingarnætur 2017, mánaðarliga, flokkaðar eftir øki og mánaði

Øki 2017/01 2017/02 2017/03 2017/04 2017/05 2017/06 2017/07 2017/08 2017/09 2017/10 2017/11 2017/12 Tils. Broyting 16/17

Suðurstreymur 3.682 3.737 6.427 8.808 12.760 16.475 20.630 16.374 11.580 8.263 5.870 2.633 117.239 15%

Uttan fyri Suðurstreym 2.229 2.457 2.898 4.253 5.977 8.094 11.646 9.081 4.670 2.741 2.112 1.412 57.570 0%

Tilsamans 5.911 6.194 9.325 13.061 18.737 24.569 32.276 25.455 16.250 11.004 7.982 4.045 174.809 9%

10%

0%

20%

30%

40%

50%

60%

70%

80%

90%

Gistital (belegningur) í % á gistingarhúsunum (alt landið og í Suðurstreymoy)

2013 Alt landið

2016 Alt landið

2017 Alt landið

2014 Alt landið

2015 Alt landið

Gistital - kamarsnætur/kømur

2013 Suðurstreymoy

2016 Suðurstreymoy

2017 Suðurstreymoy

2014 Suðurstreymoy

2015 Suðurstreymoy

jan feb mar apr mai jun jul aug sep okt nov desjan feb mar apr mai jun jul aug sep okt nov des

Gistital (belegningur) í % á gistingarhúsunum (alt landið og í Suðurstreymoy)Kamarsnætur í mun til kømur

Árstal jan feb mar apr mai jun jul aug sep okt nov des Miðal fyri árið

2013 19% 31% 31% 39% 56% 71% 70% 63% 58% 37% 31% 17% 44%

2014 20% 30% 37% 33% 57% 69% 75% 64% 62% 35% 30% 18% 45%

2015 24% 29% 42% 38% 60% 77% 75% 75% 57% 41% 34% 16% 48%

2016 19% 31% 36% 51% 62% 79% 81% 76% 59% 40% 35% 19% 49%

2017 31% 31% 40% 52% 71% 79% 82% 80% 69% 52% 44% 19% 55%

2013 20% 33% 36% 42% 62% 78% 77% 70% 68% 43% 35% 20% 49%

2014 21% 33% 45% 38% 67% 76% 86% 73% 71% 40% 34% 19% 51%

2015 26% 34% 52% 46% 71% 85% 80% 81% 63% 47% 36% 17% 54%

2016 18% 28% 39% 53% 66% 85% 85% 81% 66% 44% 37% 19% 52%

2017 27% 29% 42% 59% 81% 86% 88% 85% 80% 63% 49% 20% 60%

Alt landið

Øki

Suðurstreymoy

Page 8: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

8 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Gistingar í Føroyum íalt

Ferðavinnan 2017 í tølum

Gistingarkapasitetur 2013 - 2017, sengur og kømur í tali

Gistingarkapacitetur 2013 - 2017, sengur og kømurSengur og kømur á gistingarhúsunum, mánaðarligur kapacitetur ( sengur ella kømur * dagar í mánaði )

5.000

10.000

15.000

20.000

25.000

30.000

35.000

jan feb mar apr mai jun jul aug sep okt nov des

Sengur 2013

Sengur 2014

Sengur 2015

Sengur 2016

Sengur 2017

Kømur 2013

Kømur 2014

Kømur 2015

Kømur 2016

Kømur 2017

Kapasitetur Árstal jan feb mar apr mai jun jul aug sep okt nov des Tils. Broyt.

Sengur 2013 26.505 23.604 26.133 25.290 26.133 25.590 28.117 28.241 27.060 27.931 27.150 28.055 319.809

2014 28.768 25.984 28.768 27.840 29.946 29.970 30.969 30.969 29.970 30.845 29.850 30.845 354.724 10,9%

2015 26.567 23.996 29.698 28.920 29.884 28.920 29.729 29.729 28.770 29.977 29.010 29.977 345.177 -2,7%

2016 30.442 27.496 30.442 29.460 30.597 29.850 30.845 30.845 29.850 30.969 29.130 28.675 358601 3,9%

2017 28.675 26.684 30.969 29.970 30.969 30.330 31.341 31.341 30.330 28.396 26.640 27.528 353173 -1,5%

-

Kømur 2013 12.586 11.368 12.586 12.180 12.586 12.330 13.299 13.392 12.780 13.206 12.780 13.206 152.299

2014 13.175 11.900 13.175 12.750 13.640 13.770 14.229 14.229 13.770 14.167 13.710 14.167 162.682 6,8%

2015 11.656 10.528 13.640 13.230 13.671 13.230 13.981 13.981 13.530 14.074 13.620 14.074 159.215 -2,1%

2016 14.353 12.964 14.353 13.890 14.353 14.040 14.508 14.508 14.040 14.508 13.740 13.485 168.742 6,0%

2017 13.485 12.460 14.508 14.040 14.508 14.220 14.694 14.694 14.220 13.826 13.080 13.516 167.251 -0,9%

2013 2014 2015 2016 2017

132.265 139.250 159.167 159.759 174.809

Page 9: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 9

Fleiri hagtøl kunnu síggjast á

www.visitfaroeislands.com/vinna

Talið av ferðaskipum, starvsfólkum og komum 1999-2017

Ferðafólk Mannskap Skip

Kelda: TAKS / Hagstova Føroya

70.000

60.000

50.000

40.000

30.000

20.000

10.000

0

80

70

60

50

40

30

20

10

0

1999 2000 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017

Page 10: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

10 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Búskaparligi týdningurin av ferðavinnuni

Ferðavinnan 2017 í tølum

Hagstovan hevur síðani 2014 kannað búskaparligu árinini av keypinum hjá útlendsku ferðafólkunum, ið koma

til landið. Av tí, at tað tekur langa tíð at gera hesar útrokningar, drála tølini eitt ár aftur, og eru tað sostatt tølini

frá 2016, ið eru tey nýggjastu í løtuni og kunnu lesast her. Eisini eru afturrokningar gjørdar til 2011.

Í 2016 hevur Hagstovan gjørt enn eina tillaging í innsavningarháttinum av tjóðarlyklatølunum, sum inniber,

at umsetningstølini eru minkaði nakað, men ársverkini økt.

Page 11: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 11

Umsetningur frá útlendskum ferðafólkumfyri árini 2011 – 2016 í milliónum krónum.

Blk. Ár

2011 2012 2013 2014 2015 2016

1 Umsetningur frá innkomandi ferðavinnu í alt 384 421 460 523 568 606

2 Flutningsfeløg, cruisevinna og ferðaskrivstovur 285 309 330 351 369 398

3 Gistingar og annað hotelvirksemi 34 37 43 67 74 75

4 Matstovur, matvøruhandlar og drykkjuvørur 38 41 48 49 53 60

5 Flutningur innanlands og leiga av bili 13 15 19 26 37 40

6 Upplivingar og aðrir aktivitetir 8 13 14 17 20 18

7 Klæðir og fótbúnaður 3 4 6 9 9 10

8 Onnur søla 1 2 2 4 6 6

Útflutningur av vørum og tænastum 6.511 6.654 7.433 8.063 8.313 9.521

Umsetningur frá ferðafólki ímt útflutning íalt 5,9% 6,3% 6,2% 6,5% 6,8% 6,4%

Kelda: Hagstova Føroya, Búskaparískoytið stavandi frá vitjandi ferðafólki 2011 til 2016

UMSETNINGUR

Útlendsk ferðafólk keyptu í 2016 tænastur og

vørur fyri kr. 606 mió. Hetta er ein vøkstur á

6,7% í mun til væntaða umsetningin í 2015 á

samanlagt kr. 568 mió. og minsti árligi

vøkst urin, ið er mettur í kanningunum higar til.

Til sam anberingar var umsetningurin í 2011 á

kr. 384 mió.

Sund ur grein ingin vísir, at 66% av umsetning-

inum í 2016 stavar frá flutnings feløgum,

ferða skipum og ferða skriv stovum. Umleið

12% frá gist ing ar støðunum og onnur 10%

frá sølu av mat- og drykkju vørum. Írestandi

er býtt millum flutning innanlands, klædna-

sølu, upplivingar og annað virksemi.

Bruttovirðisøkingin innan ferðavinnuna er

vaksin úr kr, 165 mió. í 2011 til kr. 316 mió. í

2016. Hetta er ein vøkstur uppá 91%.

ÁRSVERK

Tann innkomandi ferðavinnan skapti 607

árs verk í 2016, samanborið við 524 í 2015 og

385 í 2011, tá kanningin byrjaði. Gott helvtin

av ársverkunum eru innan flutn ings fyritøk-

urnar, ferðaskip og ferðaskrivstovur. Mett

verður, at tað eru umleið 900 ársverk knýtt at

kjarnuøkjunum hjá føroysku ferða vinn uni

samlað sæð, tá ikki einans tann inn kom andi

ferðavinnan er roknað við, men eisini tann

útgangandi parturin.

ÚTFLUTNINGSVIRÐI

Ferðavinnan stóð í 2016 fyri 6,4% av

samlaða føroyska útflutningsvirðinum. Hetta

kann sam metast við 6,8% í 2015 og 5,9% í

2011, tá kanningin byrjaði. Av tí samlaða

føroyska útflutninginum á kr. 9.521 mia. í

2016, stóð ferðavinnan fyri kr. 606 mió.

Page 12: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

12 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Soleiðis síggja ferðafólkini til Føroyar útTað, at vit eru lítil og ókend sum ferða mál,

síggja vit á Visit Faroe Islands (VFI) ikki

sum nakað neiligt; tvørturímóti síggja vit

tað sum eina styrki í dag, har fleiri og fleiri

ferðamál verða meira og meira eins. Í dag

er tað eitt faktum, at næstan óan sæð hvar

ein kemur, kann ein nú eta tann sama

matin, keypa tey somu merk ini ella gera

tey somu tingini. Men so leiðis er tað ikki í

Føroyum. Okkara land er autentiskt og

serstakt og vit vilja, at tað skal blíva við at

verða so, hóast vit arb eiða við at fáa fleiri

vitjandi, sum skulu geva fleiri inntøkur. Vit

hava í dag nógv at bjóða gestum og

útboðið mennist støðugt í løtuni.

Gallup Føroyar gjørdi eina kvalitativa

ferðafólkakanning á sumri 2014 og 2015

fyri VFI, ið byggir á 747 persónligar

samrøður, meðan ferðafólkini vitjaðu í

Føroyum. Kanningin byggir á samrøður

við ferðafólk, ið hava gist í Føroyum

(hetta merkir, at gestir við ferðaskipum

og aðrir dagsgestir ikki eru við). Enda­

málið við kanningini var fyrst og fremst at

kanna frítíðarsegmentini. Tí er kanningin

gjøgnumførd um summarið. Tað inniber

tó, at hendan kanningin ikki gevur eina

rættvísa mynd av vinnu ferða vinnu gest­

unum, eins og av lut falli num millum

frítíðar­ og vinnu ferða vinnu gestir.

Niðurstøðan er, at høvuðssegmentini, ið

vitja Føroyar, eru upplýst og búgvin

ferða fólk, ið ferðast saman við makanum.

Tey hava í stóran mun hægri útbúgving,

hava hægri inntøku enn miðal og tey vilja

velja øðrvísi ferðamál enn onnur. Tey eru,

í flestu førum, sera væl nøgd við ferðina í

Før oyum. Tey eru opin og halgaði til at

upp liva náttúruna. Tey leita eftir ferða­

mál um, ið ikki eru yvirfylt við øðrum

ferða fólkum. Tey vilja uppliva nakað

serstakt, sum rørir sál og sinnið.

Hesi segmentir eru tey, sum í størstan mun vitja Føroyar í dag

22% Globetrottersferðast nógv til ymisk støð á jørðini

14% Nature Loversnáttúran er fremsta atdráttarmegin

11% Sightseersnýta feriuna til at vitja søgulig støðog taka nógvar myndir

9% Culture Loversdáma serlig mentunarlig tiltøk,sum t.d. grotto-konsertir

Page 13: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 13

BÓKINGARTILGONGD

• Flest nýta Ipad/Smartphone til at

finna kunning um Føroyar:

67% søgdu ja og 33% nei

• Flest høvdu umhugsað leingi at

vitja Føroyar:

52% umhugsaðu í meira enn eitt

ár. Flestu tóku endaliga avgerð

3­6 mðr. áðrenn fráferð

• Onnur dreymaferðamál hjá

ferða fólk unum, ið vitja Føroyar

eru: Ísland, Grønland, Noreg og

Skotland. Øll ferðamál har

náttúran er serlig

• Flestu siga seg ikki bóka sína ferð

gjøgnum ferðasmiðir ella bóka

pakkaferðir: Heili 55% siga seg

bóka ferðirnar sjálvi, uttan

millumlið

ÁHUGI OG ATFERÐ

Flest fólk halda, at náttúran er tað

týdningarmesta á vitjanini til Føroyar:

86% halda at náttúran er týdningar­

mikil, 72% halda at mentanin er

týdn ing ar mikil, 11% halda at per són­

ligar avbjóðingar eru týdningarmiklar

Flest ynskja at fáa

samband við føroyingar:

54% ynskja samband við tey lokalu,

23% vilja helst eygleiða

Ferðafólkini fortelja um sína ferð

fyri øðrum, meðan tey eru her:

61% nýttu antin sosialar miðlar ella

samrøður at fortelja og vísa myndir úr

Føroyum

Flestu vitja Føroyar fyri fyrstu ferð:

75% hava ikki verið í Føroyum fyrr.

25% hava vitjað Føroyar fyrr

Flestu gestir steðga í fleiri nætur,

tá tey eru komin til Føroyar:

38% steðga 5­8 nætur

31% 2­4 nætur

15% 9­13 nætur

15% longur enn 14 nætur.

Vert er at merkja her, at summargest ir­

nir steðga nógv longri enn gestir, ið vitja

restina av árinum. Tí er hetta tal eisini

nógv hægri enn miðaltalið fyri árið. Eftir

hvat Hagstovan sigur, gista ferðafólk í

miðal góðar tvær nætur, tá tey vitja

Føroyar

FÓLKAFRØÐILIGT

Flest eru norðurlendingar:

48% av ferðafólkunum, ið vitja

Føroyar um summarið, eru

norðurlendingar

Flest eru fólk, ið búgva í stórbýum:

50% av gestunum búgva í stórbýum

36% í minni býum

14% á bygd

Flest eru fólk, ið eru eldri: 54% av

gestunum eru 45 ár ella eldri.

21% av gestunum eru 25­34 ár

19% eru 55­64 ár

18% eru >65 ár

16% eru 45­54 ár

14% eru 35­44 ár

10% eru 18­24 ár

97%

YVIRSKIPAÐ

68%siga seg vera nøgd ella sera nøgd við vitjanina í Føroyum

kunnu hugsa sær, møguliga ella við vissu, at vitja Føroyar aftur

Page 14: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

14 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum

Ferðavinna telist millum tær

vinnur, sum í heimshøpi vaksa

skjótast. Sambært WTO er

altjóða ferðavinnan sum heild

vaksin við 4­5% árliga seinastu

nógvu árini, og væntast sami

vøkstur fram til 2020. Flest lond

kring okkum hava havt stóran

vøkstur í nevnda tíðarskeiði

Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum

14 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Page 15: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 15

Hóast Føroyum væntar neyv hagtøl frá 2003-2012, kann

stað festast, at okkara vøkstur søguliga sæð hevur verið nógv

lægri, enn í hinum londunum rundanum okkum, og tað sama

við gistitalinum.

Tað lága ferðafólkatalið samanborið við onnur lond, var

útgangsstøðið fyri strategiina, sum Visit Faroe Islands setti út í

kortið í 2013, í tøttum samstarvi við vinnuni. Vinnan hevði tørv

á fleiri kundum til at fáa ferð á menningina og tí varð lagt út við,

at í fyrsta umfari hava fokus á marknaðarmenning framum

vørumenning, fyri at fáa vøkstur í ferðavinnuna í Føroyum. Nú

byrja vit at hóma ein vøkstur.

Føroyar hava eitt stórt potentiali sum ferðafólkaland. Fyri tann

kræsna ferðandi eru Føroyar ein serstøk uppliving, sum ein ikki

finnur aðrastaðni. Men uttan hollan kunnleika og framhaldandi

effektiva marknaðarføring, detta Føroyar burtur ímillum tey

mongu ferðatilboðini, ið eru at finna. Fyri at vinnan skal gerast

fíggjarliga burðardygg, krevst framhaldandi vøkstur.

STRATEGIIN LEGGUR DENT Á 3 FOKUSØKI:

1. At samskipa marknaðarføringina út frá einum felags

brandi: Øll marknaðarføring skal samskipast við útgangs-

støði í einum felags ferðavinnubrandi fyri Føroyar - fyri best

møguligu effekt.

2. Karmar: Arbeiða við at skapa best møguligu karmar fyri

vinnuna. Lóggávan má betrast á tann hátt, at hon gevur

tryggari karmar og størri úrtøku til veitararnar.

3. Menning: Vera við til at menna vinnuna burðardygt sum

heild. Fyrst og fremst vera ráðgevandi í produktmenning,

íløgumenning, eins og útbúgvingarmenning.

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 15

Page 16: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

16 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

VISJÓN

Ferðavinnan skal verða ein nýggj basisvinna

fyri landsbúskapin, sum skal mennast á ein

burðardyggan hátt við fyriliti fyri føroyska

fólkinum, umhvørvinum og búskapinum.

Føroyska ferðavinnan skal tvífaldast og geva

minst eina milliard krónur í umsetningi í

2020.

LANGTÍÐARMÁL FRAM TIL 2020

Vit skulu í felag seta Føroyar á heimskortið

sum serstøk, áhugaverd og burðardygg

ferðavinnutjóð!

2020:

· 200.000 gistingar

· + 450 arbeiðspláss

· 1 mia. kr. í umsetningi

Útgangsstøðið til málini er tikið úr hagtølum

frá 2011.

Ein mia. í umsetningi fram til 2020 inniber, at

vinnan skal hava ein árligan vøkstur á í miðal

10-11% árliga fyri at røkka málunum. Málini

eru realistisk at náa við verandi fortreytum.

Fleiri gistingar geva gistingarstøðunum eitt

hægri gistital, og ein øktur umsetningur

gagnar allari vinnuni. Arbeiðspláss verða

skapt í øllum pørtum av vinnuni, alt frá

ferðaleiðarum, upplivingarveitarum,

flutningsfeløgum, gistingarhúsum og

matstovum til sølu- og marknaðarfunktiónir.

Aðrar hjávinnur fáa eisini ágóða av hesum

vøkstrinum.

HØG RAÐFESTING AV ALTJÓÐA

MARKNAÐARFØRINGINI

Til tess at fáa neyðuga vøksturin, verður

størst møguligur partur av játtanini nýttur til

altjóða marknaðarføringina. Hetta merkir, at

høvuðsdentur er lagdur á

marknaðarmenning framum vørumenning.

Fyri at leingja ta stuttu árstíðina, skal Føroyar

í størri mun seljast sum ferðamál alt árið.

Hetta verður gjørt við at fara eftir at fáa fleiri

ráðstevnur og ávísar áhugabólkar, sum

hóska til okkara útboð. Hetta ger tað lættari

at fáa fleiri av teimum “røttu“ ferðafólkunum,

ið leggja meiri pening eftir seg, enn fyrr.

Áhugabólkarnir finnast á øllum teimum

raðfestu marknaðunum.

Strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum

Page 17: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 17

VAL AV MARKNAÐUM OG SEGMENTUM:

Marknaðirnir eru deildir upp í A, B og

C-marknaðir, har A-marknaðir hava hægst

raðfesting:

· A-marknaðir: Norðurlond, Týskland,

Stóra Bretland

· B-marknaðir: Benelux, Italia, Spania,

Frakland

· C-marknaðir: USA, Kina, Japan,

Russland, onnur europeisk lond

Í fyrsta umfari er farið eftir teimum

marknaðum, sum hava ”low hanging fruits,”

tvs. har kunnleikin um Føroyar er lutfalsliga

størstur, og har tað harvið er lættast at fáa

fleiri ferðafólk skjótt. Hetta hevur við sær, at

tað í størri mun enn áður hevur verið satsað

upp á Norðurlond. Á A-marknaðunum

verð ur arbeitt við øllum segmentum, tvs.

Brúkara (B2C), Fjølmiðlum (Media) og

Sølu liði (B2B). Á útvaldum A-marknaðum

verð ur eisini arbeitt við fundar- og

ráðstevnufyrireikarum. Á B-marknaðunum

verður í høvuðsheitum arbeitt við fjølmiðlum

og søluliði. Á C-marknaðunum, verður bert

arbeitt á grundstøði og átøk verða bert gjørd

í serligum førum.

Øll marknaðarføring tekur útgangsstøði í

ferðavinnubrandinum, og alt arbeiðið skal

hanga saman fyri at fáa størst møguligu

effekt. Alt frá átøkum úti á marknaðunum til

tey evni, sum fjølmiðlar skriva um, til

heimasíðu, sosialar miðlar, tiltøk, framløgur

eins og sølutilfar, sum seljarar í vinnuni hava

við, tá ið tey møta kundum o.s.fr.

Meira útgreinað kunning fast um strategiina

við at venda sær til Visit Faroe Islands.

B2CÁtøk

B2B Tiltøk

MessurVerkstovur

B2C Tiltøk

Messur

B2B Faldarar

TíðindabrøvSølutilfar

KunningarferðirHeimasíða

MEDIAFjølmiðlatúrarTíðindaskrivTíðindabrøvHeimasíða

B2CFaldarar

Sosialir miðlarHeimasíða

Marknaðarátøk

A

B

C

Page 18: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

18 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

MISSIÓN

Visit Faroe Islands arbeiðir við trimum

S’um: Savna, Samskipa og Selja

Føroyar sum ferðamál.

­ VFI skal í tøttum samstarvi við vinnu

og myndugleikar marknaðarføra og

menna Føroyar sum ferðafólkaland,

mótvegis úrvaldum marknaðum og

málbólkum.

­ VFI skal vera eitt dynamiskt lokomotiv

við kjarnuførleikunum innan

marknaðarføring og know­how, sum

skal savna og samskipa alla vinnuna ­

bæði inneftir í Føroyum og úteftir

mótvegis marknaðunum.

STARVSFÓLK

Visit Faroe Islands hevur í dag 7 føst

starvsfólk.

JÁTTAN

Játtanin hjá Visit Faroe Islands í 2017

á kr. 13,4 mió. varð nýtt soleiðis:

­kr. 8,9 mió. til marknaðarføringsátøk

­kr. 4,5 mió. til umsiting/rakstur/lønir/

Hetta merkir, at tveir triðingar av

játtanini hjá VFI fór beinleiðis til

marknaðarføringsátøk og er hetta í

samsvar við málið.

Harafturat umsat VFI tær kr. 2,5 mió.

sum eru lógarsettar til stuðulsjáttanir:

­kr. 1,5 mió. til stuðul til Økisfeløg/

Kunningarstovur

­kr. 0,5 mió. til NATA samstarvið millum

Ísland, Grønland og Føroyar

­kr. 0,5 mió. til krónu fyri krónu

stuðulsjáttanina

MÁL HJÁ VISIT FAROE ISLANDS

FYRI 2017

Framhaldandi menning av 3. bein­

inum í brandinum (Translate átakið)

– avgreitt

Ókeypis myndabankaloysn til vinnuna

– í gerð

Fleiri felags átøk við Promote Iceland

og Visit Greenland – avgreitt

Víðari vøkstur í fylgjarum á sosialu

miðlunum (til 400.000) – avgreitt

Víðarimenning av ambassadør­

netverkið (til 100 ambassadørar)

– avgreitt

Sølumenning av MICE netverkinum

– avgreitt

Reglulig tíðindabrøv til MICE­kundar

– avgreitt

Víðarimenning av heimasíðuni

– í gerð

Fáa kunningarstovurnar fult

integreraðar í okkara heimasíðuloysn

– í gerð

Fáa Convention Bureau líknandi

avtalu við Tórshavnar kommunu

(MICE) – ikki avgreitt

Visit Faroe IslandsP/f Visit Faroe Islands (VFI) hevur til endamáls at samskipa og marknaðarføra

Føroyar sum ferðafólkaland til tess at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu.

Visit Faroe Islands

Page 19: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 19

BYGNAÐUR á Visit Faroe Islands

Alt hetta hevur størra játtanin

gjørt møguligt:

- Inngang á fleiri nýggjar marknaðir

- Breið átøk saman við vinnuni

- Nógv meira altjóða PR

- Meira talgilda marknaðarføring

- Átøk til áhugabólkar: fisking, gongutúrar, mat, v.m.

- Átøk til ráðstevnu- og fundarmálbólkar

- Menning av heimasíðuni

- Menning av brandi

- Fyrsta floks myndatilfar

- Nýggj hagtøl = nýggja kumpass

NÝGGJ JÁTTAN = NÝGGIR MØGULEIKAR

Stjóri

MarknaðarføringVinna

MarknaðarføringFrítíð & PR

MarknaðarføringTalgilt

KundatænastaContentBókhald

Page 20: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

20 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Ferðavinnubrandið Føroyar

Page 21: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 21

Hetta er ein av týdningarmiklastu lyklunum til framgongd.

Eitt felags brand, sum øll marknaðarføring av Føroyum sum

ferðafólkaland skal taka byrjanarstøði í. Føroyar skulu flytast

úr bólkinum av londum, sum ikki hava nakran greið an profil,

til at standa sum eitt unikt og spennandi ferðamál í tilvitskuni

hjá málbólkinum. Eitt land, fólk vilja vitja, ongantíð ov skjótt.

Ferðavinnubrandið varð avdúkað á stórum tiltaki í

Norðurlandahúsinum í 2013, har eisini fyrsti brandingfilmurin

varð frumsýndur. Ikki kann sigast annað, enn at brandið

hevur verið sera væl móttikið. Filmarnir hava síðani vunnið

nógvar altjóða heiðurslønir.

Konseptið er sterkt og afturmeldingarnar eru, at ferða vinnu-

brandið ber fram rætta boðskapin til móttakaran og harvið

effektiviserar marknaðarføringina av Føroyum.

Ferðavinnubrandið FøroyarEndamálið við brandinum er at sameina ferðavinnuna í ein felags boðskap,

soleiðis at Føroyar sum ferðafólkaland standa sterkari og blíva meira sjónligar.

Page 22: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

22 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Tað er ein sannroynd, at tað eru fleiri ferðafólk, sum

árliga vitja Galapagos oyggj arnar, enn tað eru

ferðafólk, sum vitja Føroyar. At Føroyar eru órørd ar

og óuppdagaðar, er nakað av tí, sum er mest

áhugavert, tá umræður ferðamál. Tað talar til nútíðar

ferðafólkið, sum vil ganga egnar leiðir, heldur enn at

fylgja fótasporum, sum onnur longu hava traðkað.

Við orðunum “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable”

og við einum “un” frammanfyri í lyklaorðum í

lýsingartekstum, verður markerað, at Føroyar er

nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr. Harvið skilur

ferðamálið Føroyar seg frá teimum “størri og betri”.

Føroyar eru serstakar í sjálvum sær og øðrvísi enn

øll onnur.

Brandið er lætt at brúka í øllum miðlum, kann

brúkast í øllum viðkomandi málum og kann selja

Føroyar allar árstíðir.

BRÚK AV BRANDINUM

Tað er Visit Faroe Islands, sum er eigari av

brandinum, meðan øll í vinnuni eru boðin at verða

brúkarar. Brandið skal geva teimum ymisku

veitarunum eitt meirvirði og sam stund is rúma teirra

egna samleika og ítøkiliga søluboðskapi.

Harafturat eggja vit øllum føroyingum at brúka

brandið í teirra netverkum, óansæð um tey eru úti á

fundum, sum skiftisnæmingar, í teirra digitalu

kanalum, og so framvegis.

Ein brandbók er gjørd til endamálið við nágreiniligari

frágreiðing um, hvussu brandið kann nýtast.

Brandbókin kann takast niður á www.visitfaroeislands.com/vinna

Ferðavinnubrandið Føroyar

Page 23: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 23

Unstoppablewelcome to our 60 million year old theme park, called Mother Nature

unlikeany other part of the Atlantic Ocean

Page 24: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

24 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu

Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri meira enn 390 mió. kr.

Page 25: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 25

Aftur í 2017 fingu Føroyar sera nógva

umrøðu í altjóða miðlum.

Visit Faroe Islands (VFI) hevur gjørt

virðið av greinum og sendingum, sum

standast av fjølmiðlavitjanum, sum

VFI hevur samskipað, upp. Í 2016 fekk

Føroyar serstakliga nógva umrøðu,

orsakað av Sheep View átakinum, og

í 2017 fingu Føroyar nógva umrøðu

av Faroe Islands Translate átakinum.

Eisini stóðst enn ein PR­bylgja av

Sheep View, tá Google Street View

varð lagt út á netið í september

2017. Aftur í 2017 tók VFI ímóti sera

nógvum útlendskum fjølmiðlum, har

VFI stóð aftanfyri greinar um Føroyar í

hundraðtals bløðum og tíðarritum, sum

beinleiðis úrslit av fjølmiðlavitjanum

og samstarvi við miðlar uttanlands.

Samlaða virðið av fjølmiðlaumrøðu í

2017 varð 390 mió. kr.

Heili 250 altjóða fjølmiðlafólk vitjaðu

í Føroyum í 2017. Soleiðis hevur

sæð út onnur ár: 262 í 2016, 231 í

2015, 162 í 2014, 100 í 2013 og 50 í

2012. Av teimum 250 í 2017 vóru 50

Instagrammarar.

Page 26: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

26 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu Nakrir av miðlunum, ið hava skrivað um Føroyar í 2017 í samstarvi við VFI

Page 27: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 27

Page 28: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

28 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Bløðini og tíðarritini, ið skrivaðu um Føroyar

sum ferðamál í 2017, eru úr londum sum

Danmark, Noreg, Svøríki, Finnlandi, Avstalia,

Onglandi, Russlandi, Íslandi, Kanada,

Skotlandi, Týsklandi, Italia, Spania, Belgia,

Hollandi, Póllandi, Suðurafrika, Fraklandi,

Sveis, Kina og USA.

Eins og í 2016, bleiv stórur dentur lagdur á

at bjóða miðlar til Føroyar í 2017. Í nógvum

førum var talan um so kallaðar “Insta gramm-

arar” – myndafólk, ið leggja sínar myndir út á

talgilda pallin Insta gram. Í 2017 komu 50

ym isk ir Insta gramm ar ar til Føroyar, og nøkur

av hesum komu fleiri ferðir. Í nógvum førum

er talan um myndafólk, ið hava fleiri

hundrað túsund fylgjarar á Instagram.

Harumframt hava sjónvarps- og útvarpslið úr

Íslandi, Onglandi, Avstralia, Hollandi og

Týsklandi vitjað.

Endamálið við fjølmiðlavitjanum er, at fáa

fleiri fólk at fáa eyguni upp fyri Føroyum sum

ferða máli. Ein av stóru avbjóðingunum í

arb eið inum at selja Føroyar sum ferðamál er,

at Føroyar eru ókendar. Greinar í bløðum og

tíð ar rit um, sendingar í sjónvarpi og útvarpi

og umrøða á bloggum er ein sera góður

hátt ur at kunna um Føroyar. Samstundis eru

miðla vitjanir ein sera bíligur háttur at fáa

umrøðu, og greinar hjá miðlafólkum hava

stórt trúvirði hjá lesarunum.

Umframt at gera eitt miðvíst arbeiði at fáa

miðlar áhugaðar í at vitja í Føroyum, fær VFI

eina røð av fyrispurningum frá útlendskum

miðla fólkum um, at sleppa at vitja og skriva um

Føroyar. Fyri at tryggja, at vitjanirnar geva

ynskta úrslitið, er ein treyt fyri vitjan, at fjøl miðla -

fólkið hevur eina avtalu við ein blað stjóra um, at

tey vilja prenta grein um Føroyar.

Sum útgangsstøði verða flestu tíðindafólk

boðin úr grannalondunum og frá teimum

marknaðum, har arbeitt verður við at

marknaðarføra Føroyar sum ferðamál,

Harumframt verður skipað fyri vitjanum frá

øðrum marknaðum, sum kunnu vera

áhuga verdir, t.d. USA. Men eisini miðlar,

sum leggja seg eftir ymiskum áhugabólkum,

alt frá tónleiki til sniðgeving, fisking, kaving,

surfing, renning, gongutúrum og mat ferða-

vinnu, verða boðin hendavegin.

Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu

Page 29: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 29

Víst verður til heimasíðuna hjá VFI,

www.visitfaroeislands.com/press-

professionals, har tað er eitt dagført yvirlit

yvir greinar í útlendskum miðlum.

FAROE ISLANDS PODCAST

Amerikumaðurin, Matthew Workman, hevur

seinastu níggju árini gjørt Faroe Islands

Podcast. Einaferð um árið ferðast hann til

Føroya at savna tilfar til podcast

sendingarnar, ið verða sendar alt árið.

Í 2017 hevði Faroe Islands Podcast góðar

111.000 niðurtøkur. Tað eru serliga enskt

talandi londini, sum taka niður Faroe Islands

Podcast. 30% av teimum, ið tóku

sendingarnar niður í 2017, vóru úr Írlandi,

20% úr Stóra Bretlandi, 18% úr USA, og 8%

úr ávikavist Danmark, Týsklandi og

Føroyum. Tey írestandi 8% koma úr 100

øðrum ymiskum londum.

Sum við øðrum fjølmiðlavitjanum, stóð VFI

fyri einum parti av ferðakostnaðinum hjá

Matthew, tá hann var í Føroyum um

summarið í 2016 fyri at fáa tilfar til nýggjar

sendingar.

FILMAR Í FØROYUM

Gjøgnum seinastu nógvu árini hevur Visit

Faroe Islands fingið fyrispurningar frá

útlendskum bløðum og lýsingafyritøkum um,

at koma til Føroyar at gera upptøkur til

lýsingafilmar ella myndatøkur til bløð. Í 2016

kom ein fyrispurningur úr Hollywood.

Í februar 2016 fekk Visit Faroe Islands,

um vegis Løgmansskrivstovuna, fyrispurning

frá hetlendska rithøvundinum J. M. Ledgard,

sum hevur skrivað bókina Submergence,

sum kendi týski filmsframleiðarin Wim

Wenders skuldi gera til film. Ledgard helt, at

part ar av upptøkunum skuldu gerast í Føroy-

um. Stutt eftir kom Wenders við fleiri øðrum

films fólkum til Føroyar fyri at kanna møgu-

leik arnar fyri upptøkum nærri. Tey vóru øll

sera hugtikin av Føroyum, tó var treytin fyri

at leggja upptøkur til Føroyar, at vit høvdu

eina afturberingarskipan, sum okkara

granna lond hava, har partar av útreiðslunum

í sam band við filmsupptøkur verða bornar

aftur til filmsfelagið. Vit settu okkum í

sam band við Uttanríkis- og Vinnumálaráðið,

sum vóru áhugaði og síðan við Atlantic

Airways, Hotel Hafnia og Hotel Føroyar, og

við felags hjálp vórðu pengar fingnir til vega,

so leiðis at upptøkurnar kundu fara fram í

Før oy um. Visit Faroe Islands hevði ta

yvir skip aðu samskipanina, men samstarvað

var alla tíð við fólk úr filmsumhvørvinum í

Føroy um, sum løgdu lag á og sum tóku yvir,

tá upptøkurnar fóru fram síðsta summar. Eini

3-5 føroyingar vóru partur av upp tøk un um.

Hetta var ein av treytunum fyri afturber ingini:

at fólk í føroysku filmsvinnuni kundu fáa

førleikar gjøgnum hesar upptøkurnar.

Submergence bleiv vístur alment fyri fyrstu

ferð á Toronto Film Festival, sum varð hildin

millum 7.-11. september 2017. Filmurin bleiv

eisini vístur á San Sebastian Film Festival í

døgunum 22.-30. september 2017. Í 2018

fær almenningurin høvi at síggja filmin í

bio grafum kring heimin, millum annað í

Dan mark, Stóra Bretlandi, Týsklandi, Brasilia,

Singapore og Vietnam, umframt fleiri onnur.

Tá PR-virðið fyri ferðavinnugreinar verður

mett, er tað mest vanliga at brúka lutføllini

1:1, 1:2 ella 1:3. Orsøkin til, at lutføllini 1:2 og

1:3 verða brúkt, er, at trúvirðið í eini grein

verður mett at vera størri enn í eini lýsing, og tí

verður mett, at virðið tí eisini er størri – ser liga,

tá hugsað verður um tað virðið, sum les ar in

leggur í grein mótvegis lýsing. VFI hev ur tó

bert valt at nýtt lutfallið 1:1. Tað merkir, at ein

bert telur virðið av tí, greinin hevði kostað at

keypt samsvarandi lýsing ar stødd, og at tað

ikki verður lagt eyka virði á trú virðið, sum

greinin hevur fram um eina lýsing.

Til tess at tryggja sær, at røttu miðlar og

tíðindafólk verða boðin til Føroya, hevur VFI

avtalu við PR-skrivstovur í Bretlandi og

Týsklandi um uppgávuna. Í báðum førunum

er talan um PR-skrivstovur, sum hava hollan

kunnleika um miðlar, tíðindafólk og blogg-

arar og teirra fokusøki og styrkir, og hetta

kann ikki undirmetast, tá røttu fjøl miðla-

vitjanirnar skulu fyriskipast. Harumframt

samstarva við eisini við Visit Denmark

skrivstovur í Svøríki, Italia og Noreg um

miðlavitjanir, har tey hjálpa við at finna góðar

og viðkomandi miðlar til vitjanir í Føroyum.

Fjølmiðlavitjanir verða fyriskipaðar í tøttum

samstarvi við vinnuna í Føroyum, t.d.

flutningsfeløg, gistingarhús, matstovur,

bilaleigu og útferðir. Serliga eru tað Atlantic

Airways og Gist & Vist, ið veita stóran

stuðul, tá talan er um fjølmiðlavitjanir. Á tann

hátt eru fleiri partar við til at fíggja vitjanirnar

og at tryggja, at Føroyar kann taka ímóti so

stórum tali av útlendskum miðlum sum

møguligt. Hetta er sera týdningarmikið fyri

marknaðarføringina av Føroyum sum

ferðamáli.

Page 30: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

30 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Myndir og filmar úr Føroyum røkka víðaArbeiðið hjá Visit Faroe Islands fevnir víða. Nógv hendir ígjøgnum eitt ár, sum almenningurin ongantíð fær kunning um. Í nógvum førum er talan um myndir ella filmar, sum verða løgd út á netið, og í onkrum førum er hetta tilfar framleitt í samstarvi við VFI. Her eru nøkur útvald dømi

Ein mynd úr Føroyum varð brúkt sum bakgrundsmynd á síðuni, WeTransfer.com. Síðan hevur fleiri enn 40 mió. brúkarar úr 195 ymiskum londum um mánaðin.

Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu

Page 31: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 31

Stóra altjóða húðrøktarfyritøkan, Biotherm, nýtti myndir úr Føroyum á lýsingapallum sínum. Serliga var tað á Instagram-kontuni hjá fyritøkuni, ið hevur 150 túsund fylgjarar, at myndir, tiknar í Føroyum, vórðu nýttar. Eitt nú vóru myndir av Múlafossi í Gásadali, Pollinum í Saksun, Risanum og Kellingini og Drangunum í Stórasundi.

Fleiri altjóða miðlar viðmæla

sínum lesarum at ferðast til

Føroyar í 2018. Millum annað

skrivaði Forbes eina grein á

forbes.com, har tey siga, at

Føroyar er eitt tað ‘kulasta’

ferðamál í 2018. Heimasíðan

hevur fleiri enn 59 mió.

brúkarar um mánaðin.

Instagrammarin, Rob Strok, ið hevur fleiri enn 650 túsund fylgjarar á Instagram, gjørdi eina kapping, har fólk kundu brúka myndir, ið hann hevði tikið, og samanseta tær á ymsan hátt. Ein samansett mynd úr Føroyum vann kappingina og varð dámd fleiri enn 46.000 ferðir.

Photoshop legði eina stuttliga, samansetta mynd av Føroyum út á sína Instagram konto, ið hevur fleiri enn 1.9 mió fylgjarar. Myndin varð dámd 44.000 ferðir.

Crowdriff valdi heimasíðuna hjá VFI sum tann besta innan “Visual Influencers in Websites.” Tey rósa hvussu heimasíðan er sett saman visuelt.

Telefonrisin, Samsung, valdi at

brúka filmsupptøkur úr Føroyum í

einum lýsingarfilmi fyri Samsung

Galaxy 8 í Suður Korea. Filmurin

er sæddur fleiri enn 100.000

ferðir á YouTube og

myndir av fartelefonini í Føroyum

eru nýttar í øðrum lýsingum hjá

Samsung í Suður Korea.

Page 32: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

32 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Sheep View átakið hjá Atlantic Airways og Visit Faroe Islands í 2016

eydnaðist so mikið væl, at fleiri ferðafólk komu til Føroyar í 2017 enn

nakrantíð áður. Viðhvørt vilja hesi ferðafólkini læra nøkur orð á før oysk-

um, men føroyska málið finst ikki á Google Translate. Hetta funnu

Atlantic Airways og Visit Faroe Islands eina loysn uppá á heysti 2017.

Við at vitja www.faroeislandstranslate.com ber til hjá fólki kring heimin

at skriva orð ella setningar á ymiskum málum. Nøkur sekund seinni

fáa tey ein film sendandi, har ein føroyingur hevur týtt orðini/

setningarnar til føroyskt. Hetta merkir, at útlendingar fáa ikki einans

høvi at læra orð á føroyskum, men sleppa eisini at síggja ein føroying

siga orðini.

Faroe Islands Translate átakið eydnaðist sera væl. Fólk úr 183 ym isk um

londum bóðu um eina umseting fleiri enn 1.4 mió. ferðir, og um leið

30.000 einstakir filmar við umsetingum vórðu tiknir upp av før oy ingum

kring alt landið. Átakið fekk umrøðu í fleiri av heimsins størstu miðlum,

og mett verður, at PR virðið av átakinum var minst 150 mió. krónur.

Málið var at økja um kunnleikan hjá fólki kring heimin um Føroyar sum

land og ferðamál, og við hesum hagtølum verður mett, at málið varð

væl og virðiliga rokkið.

Hóast skipanin handan Faroe Islands Translate nú er stongd, kunnu

fólk kring heimin framvegis brúka síðuna og síggja filmar við

umsetingum, ið longu eru gjørdir.

Faroe Islands Translate Hvat ger man, tá føroyska málið ikki finst á Google Translate? Man ger sína egnu útgávu og kallar tað Faroe Islands Translate!

Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu

Page 33: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 33

Page 34: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

34 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Sheep View vann Golden Lions heiðursløn í CannesSheep View átakið, sum Atlantic Airways og

Visit Faroe Islands stóðu fyri, fekk sera stóra

altjóða viðurkenning í 2017 – tað størsta, ein

kann vinna innan marknaðarføring yvirhøvur,

nevniliga Golden Lions heiðurslønir á Cannes

Festival of Creativity. Í juni 2017 vann Sheep

View eina gull og eina silvur heiðursløn innan

PR, og eina bronsu heiðursløn innan bólkin

Cyber.

“Tað er ein fantastiskt kensla at vita, at Sheep

View átakið hevur rokkið sínum endamáli,

sum fyrst og fremst var at spreiða kunnleika

um okkara lítla land til umheimin. Átakið hevur

veruliga sett sjóneykuna á Føroyar sum

ferðamál, og vit gleðast um, at hetta hevur

givið úrslit innan ferðavinnuna í Føroyum,”

segði Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe

Islands, um heiðurslønirnar.

Fleiri enn 41.000 umsóknir vórðu lætnar inn til

Cannes Lions.

“At vinna tríggjar Cannes Lions heiðurslønir er

nokk meira enn ein torir at droyma um. Hetta

er ein stórur heiður og vit fegnast almikið um,

at átakið eydnaðist so væl, sum tað gjørdi,”

segði Árni G. Olsen, sølu- og marknaðarstjóri

á Atlantic Airways.

Umframt Cannes Lions heiðurslønirnar, vann

Sheep View átakið fleiri aðrar heiðurslønir,

millum annað á World Media Awards, Danish

Digital Awards og Clio Awards, umframt

føroyskar heiðurslønir á Vinnudegnum 2016

og frá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk.

Mett verður, at Sheep View átakið hevði yvir

3 mia. eksponeringar og eitt PR-virði á útvið

500 mió. krónur.

Sheep View átakið varð ment saman við

lýsingafyritøkunum Sansir úr Føroyum og

Liquid Minds úr Danmark.

Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu

Page 35: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 35

HEIÐURSLØNIR FYRI SHEEP VIEW:

- Ársins Átak á Vinnudegnum 2016, Føroyar

- Felagið Føroysk Markaðarfólk, Føroyar

Besta marknaðarføringsátak

- Cannes Lions, Frakland

Eitt gull: PR

Eitt silvur: PR

Eitt bronsu: Cyber

- World Media Awards, UK

Eitt gull: Travel & Tourism

- PR-tigeren, Danmark

Eitt gull

- Stora PR-priset, Svøríki

Eitt silvur

- Epica Awards, Holland

Tvey silvur: Integrated og Virtual Reality

- Vega Awards, USA.

Tvey gull: Effectiveness og Innovation

Tvey silvur: Integrated og Branding

- Rambuk, Danmark

Trý gull: Effekt prisen, media innovations prisen og

grand prix prisen

- Clio Awards, USA

Eitt gull: Medium Innovation (innovation)

Tvey bronsu: Medium Integrated campaign og

Special Event (public relations)

- Creative Circle, Danmark

Trý gull: PR-driven campaigns, Digital-driven

campaigns og Technology Driven Promo and

Activation

Eitt silvur: Integrated campaigns

- Danish Digital Awards, Danmark

Tvey gull: PR og Integration – Marketing

Campaigns

- Corporate Media & TV Awards, Cannes

Eitt gull

- The Golden City Gate, Berlin

Eitt gull

- Zagreb Tourfilm Festival, Kroatia

Jurys special award

- City Nation Place, London

Eitt gull: Best use of social media

Page 36: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

36 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Marknaðarføringsvirksemi 2017

Yvirlit yvir marknaðar-føringsvirksemi í 2017

Page 37: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 37

Page 38: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

38 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

MIDATLANTIC, REYKJAVÍK,

26. – 29. januar

Føroyar hava í fleiri ár tikið lut á MidAtlantic,

sum hevur verið átak hjá Icelandair fyri

ferða smiðum og sølufólkum úr USA og

Kanada. Tiltakið er tó víðkað síðstu árini til

eis ini at fevna um ferðasmiðir úr øðrum

lond um, t.d. Norðurlondum og Evropa. Við

broyt ing ini er tiltakið vorðið enn meira

áhuga vert. Endamálið er framvegis at

markn að ar føra Føroyar sum ferðamál fyri

amerikonskum ferðasmiðum, sum selja

Ísland, og sum kundu verið áhugaðir í at

selja Føroyar, sum eitt eyka ferðamál til síni

viðskiftafólk. Samstundis er nú eisini høvi at

hitta áhugaverdar ferðasmiðir úr øðrum

lond um. Vegna vánalig floglíkindi komu

før oy ingarnir ikki fram fyrr enn á middegi,

tann dagin sjálv workshoppin var. Allar

fyri tøkurnar høvdu fullar listar og kláraðu at

hitta tey flestu, sum høvdu biðið um fund.

Yvir skipað var afturmeldingin, at tað var eitt

sera gott tiltak við nógvum viðkomandi og

nýggj um ferðasmiðjum, sum vóru áhugaði at

selja Føroyar.

Umboð fyri Føroyar vóru Atlantic Airways,

Visit Faroe Islands, Greengate, 62N og HK

Bussar og við básum við flottum myndum av

brandinum, vóru Føroyar rættiliga sjónligar á

tiltakinum.

DESTINATIONS TRAVEL SHOW,

LONDON

2. – 5. februar

Atlantic Airways, Geengate, 62N og Visit

Faroe Islands tóku lut á stóru

ferðvinnumessuni Destinations Travel Show í

London. Hetta var fjórða árið á rað, at

Føroyar hava landabás á messuni.

Aftur hesaferð var sera stórur áhugi fyri

Føroy um á messuni, og allar dagarnar var

nógv at gera við at svara fyrispurningum frá

bret um, sum vóru áhugaði at ferðast til

Før oy ar. Nógv av teimum, sum vitjaðu básin,

vóru pør, ið høvdu ferðast í Íslandi, Hetlandi

og Orkney oyggjunum og nú vóru áhugaði at

vitja Føroyar. Harumframt vóru tað eisini fleiri

yngri fólk, sum ynsktu at vitja Føroyar. Eins

og árini frammanundan, vóru fleiri ítøkiligir

fyrispurningar um ferðir, sum førdu til

bein leiðis bíleggingar eftir messuna.

Sambært fyrireikarunum av Destinations,

vóru beint yvir 45.000 fólk á messuni teir fýra

dagarnar.

Tilsamans vóru 600 Tourist Guide’ir, 300

gongufaldarar og 200 fuglafaldarar býttir út á

messuni. 62N hevði 1100 faldarar við

ítøkiligum tilboðum, sum vórðu gjørd til

mess una, umframt 500 kort og 800 faldarar.

Alt var uppi tíðliga sunnudagin, sum var

síðstu dagurin á messuni. Tað er ongin ivi

um, at vit kundu havt fleiri faldarar við á

messuna.

Samanumtikið var luttøkan á messuni sera

væleydnað, og mælt verður til at bíleggja

bás á Destinations Travel Show aftur í 2018.

5 COUNTRY WORKSHOP, LONDON,

9. februar

Finnland, Ísland, Estland og Grønland hava í

nøkur ár skipað fyri workshop fyri enskum

ferðasmiðum. Workshoppin hevur verið sera

væl vitjað og Føroyar gjørdu tí av at taka lut í

2017. Workshoppin, sum fyrr hevði itið 4

Country Workshop, fekk nú heitið 5 Country

Workshop. Eini 50 enskir ferðasmiðir vitjaðu

workshoppina, sum hevði um 60 seljarar.

Umframt Visit Faroe Islands, tóku 62N og

Atlantic Airways lut.

Workshoppin var sera væl fyriskipað og nógv

var at gera gjøgnum allan dagin. Vit hittu eina

røð av spennandi ferðasmiðjum, sum vit ikki

kendu frammanundan, og sum vóru sera

áhugaði at læra meira um og selja Føroyar.

Marknaðarføringsvirksemi 2017

Frítíðarferðavinna

Destinations Travel Show, London

Page 39: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 39

Page 40: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

40 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Marknaðarføringsvirksemi 2017

Work shoppin var sera gevandi og tað er

ongin ivi um, at vit eiga at taka lut aftur næsta

ár. Stórabretland er ein viðkomandi markn-

aður fyri Føroyar, og tí er neyðugt at skapa

sambond við enskar ferðasmiðir.

Work shoppin var liður í nýggja átakinum hjá

NATA at skipa fyri felags marknaðaførings-

átøkum fyri NATA londini, og var tískil fíggjað

av NATA.

GUÐRUN & GUÐRUN,

TILTAK Í NEW YORK,

Februar

Guðrun & Guðrun skipaðu fyri tiltaki í New

York, sum hevði til endamáls at gera

amerikanarar tilvitaðar um Guðrun & Guðrun

og harvið tilvitaðar um Føroyar. Eini 250

tíðindafólk og aðrir aktørar innan móta,

lívsstíl, ferðavinnu, tónleik og gourmet tóku

lut. Á tiltakinum framdørdi Teitur, Leif

Sørensen gjørdi mat við rávøru frá Hidden-

fjord, installatiónir frá The Weather Diaries

vóru vístar og stuttfilmur, sum var gjørdur til

endamálið, var frumframvístur á stórskýggja.

Visit Faroe Islands stuðlaði tiltakinum frá

krónu fyri krónu játtanin. Alt í alt var tiltakið

væl eydnað, og Guðrun & Guðrun komu í

NY Fashion Week Calendar sum eitt nýtt

spennandi merkið, sum varð leitt inn í USA..

FERIE FOR ALLE, MESSA Í HERNING,

24. – 26. februar

Ein onnur messa, sum hevur víst seg at

geva góð úrslit, er Ferie for alle, sum verður

hildin í Herning. Messan hevur seinastu árini

havt við sær ítøkiliga sølu longu á staðnum.

Úrslitini av messuni í 2017 vóru aftur góð.

Nógv fólk vitjaðu básin, fleiri ferðir vórðu

seldar á sjálvari messuni, og nógvir

fyrispurningar um ítøkiligar ferðir komu eisini

heim við.

Føroyar hava felagsbás á messuni og

fyrit øk ur nar, sum vóru við í 2017, vóru Atlantic

Airways, Smyril Line, 62N, Green gate og

Make Travel. Visit Faroe Islands tekur ikki lut á

messuni, men er við at gjalda fyri básin.

Útvið 60.000 fólk vitjaðu messuna.

Ferie for alle, Herning. Helena Jakobsen 62N, Árni G. Olsen Atlantic Airways, Kent og Maria Christensen Make Travel, Marni Hjalnafoss GreenGate Incoming

Page 41: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 41

ITB, MESSA Í BERLIN,

8. ­ 12. mars

ITB ferðavinnumessan í Berlin er størsta

ferðavinnumessan í heiminum. Messan varir

í fimm dagar, har tríggir teir fyrstu dagarnir

eru fyri fólki, sum starvast í ferðavinnuni,

meðan teir síðstu tveir dagarnir eru fyri privat

fólki, sum leita sær eftir ferðamálum.

Smyril Line hevur í fleiri ár havt bás á

messuni, ofta í samstarvi við Visit Faroe

Islands. Í 2017 hevði Visit Faroe Islands aftur

bás saman við Smyril Line, og var við á

vinnupartinum av messuni. Endamálið við

luttøkuni er at skapa samband við fleiri

ferðasmiðir, sum kunnu hugsast at verða

áhugað í at selja Føroyar. Smyril Line hevur

ígjøgnum fleiri ár bygt upp eitt net av

ferðasmiðum, sum senda fólk til Føroya við

Norrønu, so endamálið var at hitta

ferðasmiðir, sum eisini vilja senda fólk

flogvegis til Føroya úr Týsklandi.

Harumframt verður messan eisini brúkt til at

skapa sambond við fjølmiðlar, sum kunnu

verða áhugað í at ferðast til Føroya at gera

frágreiðingar um Føroyar til týskar miðlar.

Gongufaldarin varð gjørdur á týskum til

messuna og varð hann væl móttikin.

Í 2017 vitjaðu 160.000 fólk messuna,

105.000 fólk vinnudagarnar og 55.000 fólk

teir dagarnar, tað var opið fyri

almenninginum.

Avtala er gjørd við Smyril Line um, at

bíleggja bás til ITB í Berlin 2018.

SUMMARFILMURIN VÍSTUR

Á MCDONALDS MATSTØÐUM

Í TÝSKLANDI

Filmarnir vórðu vístir

frá miðjum mars til miðjan apríl

Á ITB messuni hittu vit fyri nøkrum árum

síðan starvsfólk fyri 3Sixty TV í Leipzig, sum

framleiga tilfar til sjónvarpsrásina, sum

verður víst í øllum McDonalds matstøðum í

Týsklandi. Hetta er størsta handils

sjónvarpsrásin í Týsklandi, við eini 850

matstøðum og umleið 35 milliónum

hyggjarum um mánaðin. Tey vóru tá so

hugtikin av summarfilminum, at tey bjóðaðu

sær at vísa hann ókeypis á McDonalds

matstøðum kring alt Týskland. Aftur í 2017

vístu tey filmarnar á rásunum í McDonalds

matstovum í Týsklandi og hesaferð vóru tað

bæði summar- og vetrarfilmurin, sum vórðu

vístir. Sjónvarpsrásin sendir ymiskt tilfar,

eisini ferðatilfar, undir heitinum Travel

Magazine.

SKANDINAVISK WORKSHOP, MILANO,

23. mars

Atlantic Airways og 62N tóku lut á

skandinaviskari verkstovu, sum Visit

Denmark skipar fyri saman við hinum

skandinavisku ferðaráðnunum á hvørjum ári.

Endamálið við luttøkuni er at skapa

sambond við italienskar ferðasmiðir og, eins

og undanfarin ár, var hetta ein sera góð

verkstova, har føroysku luttakararnir hittu

fleiri ferðasmiðir, sum ikki seldu Føroyar

frammanundan, men vóru áhugað at frætta

nærri um møguleikar fyri at senda ferðafólk

til Føroya. Visit Faroe Islands tók ikki lut,

men var við til at fíggja luttøkuna, sum er

partur av samstarvi við Visit Denmark í Italia.

VFI 2017, ÁTAK Í FØROYUM,

27. – 30. apríl

Visit Faroe Islands átakið er árligt átak hjá

samlaðu føroysku ferðavinnuni. Endamálið við

tiltakinum er at bjóða útlendskum

ferðasmiðum til Føroya, soleiðis at teir sjálvir

kunnu uppliva tað, sum Føroyar hava at

bjóða ferðafólkum. Átakið varir í tríggjar dagar

og fevnir um fleiri ymisk tiltøk, so sum

framløgur, verkstovur, har høvið er at hitta

umboð fyri vinnuna, døgurða við

mentanarligum upplivingum og útferð.

Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe

Islands skipaðu fyri tiltakinum, sum hevur

breiða undirtøku í føroysku ferðavinnuni.

Nýggi gongufaldarin á týskum lagdur fram á ITB, Berlin

Page 42: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

42 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Marknaðarføringsvirksemi 2017

Bæði incoming, gistingarhús, útferðaveitarar

og bussfeløg eru partur av tiltakinum og eru

sostatt við til at gera tiltakið møguligt.

29 føroyskar fyritøkur tóku lut í Visit Faroe

Islands, sum er tað hægsta talið nakrantíð.

Tað var stuttligt at síggja, at eisini nýggir

aktørar eru áhugaðir í tiltakinum.

Í 2017 varð sjálv verkstovan hildin í

Norðurlandahúsinum og døgurðin á Østrøm.

Til døgurðan var ein røð av mentunarligum

innsløgum, sum føroyskur dansur og ymiskir

tónleikarar, sum høvdu til endamáls at vísa

eina breidd í føroyskum tónleiki.

Áhugin hjá útlendskum ferðasmiðum at taka

lut var sera stórur, og tí royndir vísa, at einir

50 luttakarar er eitt hóskandi tal, vóru vit

noydd at siga nei við fleiri, sum høvdu áhuga

at taka lut. Ferðasmiðirnir komu úr Danmark,

Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Týsklandi,

Stóra Bretlandi, Eysturríki, Italia, Spania,

Fraklandi, USA, Póllandi, USA, Russlandi,

Suður Korea, Meksiko og Ungarn. Útlendsku

keypararnir fingu viðkomandi vitan um

Føroyar sum ferðamál heim við sær, og fingu

knýtt nýggj sambond við føroyskar veitarar,

sum skulu brúkast í framtíðar samstarvinum

teirra millum. Eins og undanfarin ár, vóru

eftirmetingarnar av átakinum sera góðar.

Avgerð er tikin um, nú, tá ið so stórur áhugi er

fyri átakinum, at raðfesta nýggjar ferðasmiðir,

samstundis sum pláss altíð má vera til

fyritøkum, sum longu selja Føroyar og hava

tørv á at hitta samstarvspartar og at verða

dagførd um Føroyar sum ferðamál.

NATA WORKSHOP, REYKJAVÍK,

9. mai

Ferðavinnuumboð úr Føroyum og Grønlandi

hittu íslendskar incoming fyritøkur á work shop

í Reykjavík. Endamálið við átakinum var at

skapa sambond millum grønlendsk og

føroysk ferðavinnufólk við íslendskar fyritøkur í

eini roynd at fáa ferðafólk frá t.d. USA og Asia

at velja Føroyar ella Grønland sum eyka

ferðamál. 8 fyritøkur vóru við úr Grønlandi og

9 úr Føroyum. Umboðini úr Føroyum vóru frá

62N, Atlantic Airways, Greengate, Hotel

Før oyar, Hotel Hafnia, HK Bussar, Heimdal

Tours, Smyril Line og Visit Faroe Islands. Eini

15 íslendskar fyritøkur høvdu meldað til

til takið, men nakrar møttu ikki. Yvirhøvur var

tað ein góð workshop, har høvi var at tosa við

incoming fyritøkur, sum longu selja Før oyar,

og at hitta fyritøkur, sum leitaðu eftir nýggj um

ferðamálum, nú, tá tað er trupult at fáa gisting

í Íslandi og prísirnir støðugt hækka.

Workshoppin var liður í nýggja átakinum hjá

NATA at skipa fyri felags

marknaðaføringsátøkum fyri NATA londini,

og var tískil fíggjað av NATA.

Visit Faroe Islands átakið

Page 43: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 43

LÝSINGARÁTAK SAMAN

VIÐ SMYRIL LINE Í DANMARK,

Várið

Smyril Line og Visit Faroe Islands skipaðu aftur

í 2017 fyri lýsingarherferðum í Danmark.

Herferðin fevndi um lýsingar í bløðum, m.a.

Samvirke og Ældresagen, sum rakar beint í

málbólkin hjá Smyril Line í Danmark. Lýs-

ingarnar vóru ein samanrenning av brand inum

hjá Smyril Line og brandinum hjá VFI.

Smyril Line Danmark eru væl nøgd við úrslitið

av lýsingarherferðini.

MESSUR Í SAMSTARV

VIÐ GRØNLANDSRESOR

VILDMARKSMÆSSAN

Várið

Grønlandsresor í Svøríki er ein av teimum

útlendsku agentunum, sum selja nógvar

ferðir til Føroyar. Tey hava merkt stóran

vøkstur í áhuganum fyri Føroyum og Visit

Faroe Islands hevur tí gjørt av at samstarva

við Grønlandsresor um tvær messur í 2017,

Vildmarksmässan í Stockholm 10. -12. mars

og Seniormässan í Malmø 25. -27. apríl.

Visit Faroe Islands hevði helvtina av básinum

hjá Grønlandsresor við stórari mynd av

Kallinum yvir tveir veggir, umframt tilfar úr

Føroyum. Á messuni í Stockholm var Visit

Faroe Islands umboðað av føroyingi, sum

býr í Stockholm, og sum hevur starvast

innan ferðavinnu í fleiri ár, og í Malmø var tað

umboð frá Atlantic Airways í Keypmanna-

havn, sum tók lut á messuni vegna okkum.

Messurnar vóru væl vitjaðar, og har var

stórur eftirspurningur eftir kunning um ferðir

til Føroyar.

VESTNORDEN TRAVELMART, NUUK,

19. – 21. september

8 fyritøkur úr Føroyum tóku lut á Vestnorden

Travel Mart, sum varð hildin í Reykjavík í ár.

Fyritøkurnar, sum vóru við, vóru: 62N,

Atlantic Airways, Greengate Incoming, HK

Bussar, Visit Vágar/Flogvøllurin, Make

Travel, Smyril Line og Visit Faroe Islands.

Vestnorden Travel Mart er eitt sera gott høvi

hjá ferðavinnuni at hitta umboð fyri

ferðasmiðir, sum eru áhugaði í at selja

Norðurlond og kanska serliga Ísland. Visit

Faroe Islands nýtti høvi at gera avtalur við

íslendskar incoming fyritøkur, sum selja

ferðir til Íslands, serliga til amerikanarar og

asiatar. Yvirhøvur var áhugi millum íslendskar

fyritøkur at selja Føroyar sum eitt eyka

ferðamál til síni viðskiftafólk.

VNTM í 2018 verður í Akureyri 2. til 4.

oktober.

LÝSINGARÁTAK SAMAN VIÐ SAS

OG VÁGA FLOGHAVN

Heystið

SAS, Vága Floghavn og Visit Faroe Islands

gjørdu fyri fyrstu ferð lýsingarátak saman.

Endamálið var at fáa fatur í fólkum í London

økinum, sum vóru áhugað í náttúruupp-

livingum, og vísa teimum á møguleikan at

ferðast til Føroyar frá Heathrow umvegis

WTM í London, har Levi Hanssen, Content Manager á Visit Faroe Islands, helt framløgu um Faroe Islands Translate

Page 44: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

44 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Keypmannahavn. Lýsingarherferðin, sum hevði

heitið “Small Islands for Big Adventures”, fevndi

bert um sosialir miðlar, so sum Facebook og

YouTube. Lýsingarnar koyrdu um heystið og

veturin sum liður í arbeiðinum at fáa fólk at

ferðast uttanfyri háárstíð.

AITO MEET THE PRESS,

TILTAK Í LONDON,

17. oktober

AITO, sum er felagsskapur hjá enskum

ferðasmiðum, Association of Independent

Tour Operators, skipar á hvørjum ári fyri

tiltaki, har enskir fjølmiðlar verða bodnir at

hitta umboð fyri ferðavinnuna. AITO loyvir

eisini útlendskum ferðaráðum at vera limir.

VFI metir hetta árliga fjølmiðlaátak vera eitt

gott høvi at koma í samband við viðkomandi

fjølmiðlafólk, sum eru áhugað í fjølmiðla-

vitjanum til Føroya, og er VFI tí limur í AITO.

Á tiltakinum eru vanliga millum 70 og 100

miðlaumboð frá dagbløðum og magasinum,

umframt fríyrkisfólk. Á tiltakinum letur AITO

virðislønir fyri ársins grein, ársins bloggu og

ársins tíðindafólk.

Eins og undanfarin ár fekk VFI ítøkiligar

fyrispurningar frá fjølmiðlafólkum, sum ynskja

at koma til Føroyar at skriva greinar, m.a. frá

stórum ferðabløðum og avísum. Á tiltakinum

vórðu fleiri nýggj sambond knýtt, og høvi var

at heilsa upp á fólk, sum hava verið í

Føroyum, ella sum VFI hevur hitt fyrr.

NORDIC FEAST, LONDON,

19. – 22. oktober

Í 2017 hevði Norðurlandaráðið, undir heit in um

Nordic Matters, eina røð av átøkum gjøgnum

alt árið á Soutbank mentunar sentr inum í

London. Fleiri føroysk tiltøk vóru eisini, m.a.

gjørdi Jens L. Thomsen eina ljóðmynd av

ljóðum úr Norðanlondum til Southbank

sentrið. Sum partur av Nordic Matters valdu

øll ferðaráðini í Norðanlondum at nýta høvi at

gera vart við londini sum ferðamál. Tað var

fyrstu ferð, at øll 8 londini í Norðurlanda-

ráðnum tóku stig til felags átak. Átakið fekk

heitið Nordic Feast. Endamálið var at vísa

londonbúgvum á Norðanlond sum spenn andi

ferðamál ígjøgn um matupplivingar frá øllum

Norðan lond unum. Í fýra dagar vóru stór tipi

telt sett upp uttanfyri Southbank sentrið fram

við Thames ánni, har kvinnuligir kokkar úr

londunum gjørdu mat. Anna Rubeksen frá

Heimablídni á Velbastað umboðaði Føroyar

saman við manninum. Heimablídnið hevði

stutt frammanundan vunnið Embla prísin fyri

Nordisk maddestination, sum er nýggi

matprísurin hjá Norðurlandaráðnum, so tað

passaði væl at vísa Heimablídni fram á Nordic

Feast tiltakinum. Tiltakið byrjaði við móttøku

fyri ferðasmiðir, fjølmiðlar, sendistovufólk o.o.,

har kokkarnir úr øllum londunum gjørdu

brel lbitar av tí, sum tey høvdu at bjóða. Síðani

gjørdu kokkarnir mat fyri fólkum, sum høvdu

keypt atgongumerki til antin miðmála ella

døgurða. Úr Føroyum varð borðreitt við

fiskafrikkadellum frá Norðfra, lambskjøti av

Velbastað og øl frá Okkara.

Undan Nordic Feast vóru kvinnur, sum vóru

kokkar í London, og vitjaðu kokkarnar í

teimum ymisku Norðanlondunum. Sam

Cook, sum hevur fleiri matstovur í London

saman við manninum hjá sær, var í Føroyum

og vitjaði Annu og Óla. Saman funnu tey út

av, hvørjar rættir tey skuldu borðreiða við í

London. Eisini høvdu vit vitjan av miðlamanni

úr London í samband við tiltakið.

Marknaðarføringsvirksemi 2017

Nordic Feast í London, har Anna og Óli Rubeksen frá Heimablídni á Velbastað borðreiddu við mati úr Føroyum

Page 45: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 45

Nordic Feast var væl vitjað, og tað eydnaðist

fyrireikarunum at skapa fitt av umrøðu í

enskum miðlum og á sosialu miðlunum í

samband við Nordic Feast. Tosað verður

um, at ferðaráðini í Norðanlondum eiga at

gera eitt líknandi tiltak eina aðru ferð.

MIÐLADØGURÐI, LONDON,

5. november

The British Guild of Travel Writers, BGTW,

skipa á hvørjum ári fyri døgurða fyri teirra

limum, har ferðaráð eisini kunnu tekna seg til

døgurðan. Avgjørt var at umboð fyri Visit

Faroe Islands skuldu taka lut á døgurðanum,

tí tað var eitt gott høvi at hitta ensk miðlafólk,

sum vit annars ikki hitta á øðrum tiltøkum.

Tað var eitt væleydnað kvøld, har vit fingu

góð sambond við miðlar, sum vóru boðin at

koma til Føroyar á miðlavitjan.

WTM, LONDON,

6. – 8 november

WTM er stór ferðavinnumessa, har umboð frá

ferðaráðum úr øllum heiminum nýta høvi at

hitta ferðasmiðir og privat fólk. Hetta er eisini

eitt høvi hjá ferðaráðum at hitta sokallaðir

‘social media influencers’ – antin Insta gramm-

arar ella bloggarar, ið ferðast til ferðamál fyri

at taka myndir ella skriva tekstir.

VFI nýtti høvi at hitta fleiri av hesum, og gjørdu

fleiri avtalur um vitjanir í 2018. VFI vóru eisini

biðin um at halda framløgu um Faroe Islands

Translate átakið. Fýra onnur ferðaráð høvdu

framløgur. Tá ið allar fram løgurnar høvdu

verið, mettu ein dóms nevnd og áhoyrarnir á

staðnum, at Faroe Islands Translate átakið

hevði uppi borð heiðurin sum besta marknað-

ar føringsátak av teimum fimm, sum blivu løgd

fram.

Hinir luttakarirnir vóru Ísland, Stóra Bretland,

Eysturríki og Peru.

SKANDINAVISK VERKSTOVA, PARÍS,

30. november

Atlantic Airways, 62N, Greengate og Visit

Faroe Islands tóku lut á skandinaviskari

verkstovu í París. Hetta var triðja árið, at

Føroyar var við á verkstovuni. Tíverri var

tiltakið ikki eins væl skipað og undanfarin ár,

men tá samanum kom, høvdu vit havt fleiri

góðar fundir, millum annað við fleiri

spennandi ferðasmiðir, sum serliga vóru

áhugaðir í gonguferðum og øðrum

náttúruupplivingum. Luttøkan staðfesti at tað

er áhugi fyri Føroyum sum ferðamáli í

Fraklandi. Fleiri ferðasmiðir vórðu boðin við

til Visit Faroe Islands átakið í apríl 2018.

FØROYAR SUM FISKILAND

Sum ein liður í arbeiðinum at marknaðarføra

Føroyar sum ferðamál fyri serligar

áhugabólkar hevur Visit Faroe Islands, sum

eina roynd, marknaðarført Føroyar sum

fiskiferðamál.

Avtala er gjørd við Fishing with Blástein, sum

bjóðar fiskiferðir við báti úr Vestmanna.

Samstarvið hevur í 2017 fevnt um vitjanir av

útlendskum miðlafólkum, sum hava verið í

Føroyum og fiskað, og luttøku á fiskimessu í

Magdeburg í Týsklandi um heystið, har

Blástein hevði bás í samstarvi við Smyril Line

og Visit Faroe Islands. Eini 7000 fólk vitjaðu

messuna, sum hevði bás við fiskimynd við

brandinum og sjónvarpsskerm, sum vísti film

um at fiska í Føroyum. Áhugin fyri Føroyum

var stórur bæði frá fólkum, sum kendu til

Føroyar frammanundan, og frá fólkum, sum

onga vitan høvdu um Føroyar sum ferðamál.

Page 46: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

46 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Marknaðarføringsvirksemi 2015Marknaðarføringsvirksemi 2017

Page 47: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 47

KUNNINGARFERÐIR FYRI LEISURE FERÐASMIÐIR

Ein týðandi liður í arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál er at

bjóða útlendskum ferðasmiðum á kunningarferð til Føroya, soleiðis at tey sjálvi

kunnu uppliva oyggjarnar og hvat Føroyar hevur at bjóða ferðafólkum, umframt

at síggja gistingarhús, matstovur o.a. Hesar ferðir, vanliga kallaðar fam-túrar

(familiarization tours), verða skipaðar í samstarvi við flutningsfeløg, incoming og

gistingarhús. Hetta vísir seg at vera ein sera góður háttur at vísa viðkomandi

ferðaskrivstovum, hvat Føroyar hava at bjóða sum ferðamál.

Í 2017 hevur Visit Faroe Islands havt vitjan av útvið 50 ferðasmiðum og

sølufólkum úr 10 ymiskum londum, ið arbeiða við leisure ferðavinnu.

Harumframt hava tveir danskir ferðasmiðir verið á vitjan við teirra sølufólkum,

eini 20 fólk tilsamans, har umboð fyri Visit Faroe Islands hava hitt tey og greitt

frá Føroyum sum ferðamáli.

Onnur átøk

Page 48: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

48 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Vinnuferðavinna

2017 hevur verið eitt sermerkt ár fyri Vinnu-

ferða vinnuna á tann hátt, at nógvar størri og

spennandi avbjóðingar hava verið. Úr rúgvuni

kunnu nevnast tvær størri læknaráðstevnur,

har onnur veruliga setti krøv til okkara kapasitet

við fleiri enn 400 luttakarum til sam ans. Eisini

hava vit havt trendsetandi fyri tøk ur innan

tøkni- og granskaraheimin á vitj an. Eisini hava

nógvir aðrir bólkar roynt okk ara ferðamál, og

verður hugt eftir aftur meld ingum, sum vit hava

fingið, eru tey væl nøgd við Føroyar sum

vinnuferðavinnuland.

Hó ast hagtølini ikki kunnu vísa á nakran vøkst-

ur í vinnuferðavinnu, so er vøksturin har. Hetta

eru partnararnir í MICE samstarvinum á einum

máli um. Sesongin er longd og fleiri og fleiri

ráðstevnur verða bókaðar.

STARVSFÓLK

Innan Vinnuferðavinnu hendi tað í 2017, at

Marjun Persson fór úr starvi á Visit Tórshavn

tann 1. juli, tá hon valdi at flyta til Noregs.

MICE netverkið takkar Marjuni fyri hennara

stóra íkast til MICE og vónar, at hon aftur

verð ur at síggja í vinnuni í framtíðini.

Fyri Marjuna var Malan Ellefsen sett í starv

hjá Visit Tórshavn tann 1. august. Malan

Ellefsen er jarðfrøðingur og er hon von at

starvast altjóða og við marknaðarføring.

Tískil hóskaði hennara profilur sera væl til

okkara altjóða arbeiði og samstarvið við

okkara ambassadørar. Vit eru heppin at

Malan hevur megnað á skjótan hátt at seta

seg inn í terminologiirnar og marknaðar-

mekanismurnar, sum eru galdandi í MICE.

Ætlanin er, at Visit Tórshavn setur eitt fast

starvsfólk frá 1. januar at rokna.

SØLUMENNING

Vinnuferðafólkini seta stórar avbjóðingar til

okkara vinnu, sum isolerað hevur arbeitt við

frítíðarferðavinnu í nógv ár. Tey eru meiri

krevjandi í sølutilgongdini, tá tilboð verða

givin, og eisini seta tey nógv og stór krøv til

tænastuna, tá tey eru í Føroyum. Kortini

gevur hesin kundabólkur størri inntøkur per

persón, og er tí hetta eitt sera áhugavert

segment at arbeiða við.

Fyri áhaldandi at vera við í kappingini um

kundarnar, hevur MICE netverkið verið á

skeiði í virðisøkjandi sølu. Um 22 fólk úr allari

vinnuni vóru við á hesum skeiði, sum varð

skipað í 3 modulum. Steen Møller, fyrr ver-

andi leiðari fyri Business Events deildina hjá

Visit Denmark, var skeiðleiðari. Umframt at

arbeitt varð nógv við innleiðandi sølutil gond-

ini, luttóku eisini altjóða keyparar sum

veru lig ir kundar á skeiðnum. Hetta var sera

gev andi fyri luttakararnar, og fylgt hevur verið

upp uppá skeiðið við t.d. einum kick-off

semin ari, beint undan altjóða sølustevnuna

IBTM í Barcelona.

Meetovation verður eisini framhaldandi nýtt

inn an føroysku MICE vinnuna, og er hetta

eitt heiti, sum vit áhaldandandi brúka í

markn aðarføringini, eins og innihaldsliga í

okkara MICE produktum.

SAMSTARV VIÐ

ALTJÓÐA FELAGSSKAPIR

Ein av altjóða felagsskapunum, sum deildin

fyri Vinnuferðavinnu samstarvar við, er ICCA.

ICCA stendur fyri International Congress and

Convention Association. Felagskapurin fevnir

um allan heim, men hevur eisini eina

skand inav iska deild, har Føroyar er við sum

sjálvstøð ug ur partur, og fer at hýsa fundum

hjá netverkinum framyvir. Tveir fundir eru

longu lagdir til rættis at liggja í 2020 og helst

í 2021.

Í 2017 luttóku vit á skandinaviska ársfund-

inum, sum var í Espoo í Finnlandi í mars

mánað. Hesir fundir verða brúktir til íblástur,

har vit læra av hvørjum øðrum, og siga

øðrum frá, um tey átøk, sum virka væl hjá

hvør øðrum.

Til hendan fundin valdu vit úr Føroyum at

Vøkstur í Vinnuferðavinnuni

Page 49: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 49

greiða frá um okkara Meetovation og tey

am boð, sum vit hava skapt til hetta. Vit

greiddu frá um fuglakonseptið, har vit á

yms ar mátar geva okkara gestum eina

fugla persónligheit, har vit deila tey upp í

bólk ar. Vit greiddu frá um, hvussu hetta

gevur fólki eina góða kenslu, samstundis

sum, at tað hjálpir okkum reint logistiskt í

ein um lítlum ferðamáli. Vit fingu sera góðar

aftur meldingar um okkara fuglakonsept.

Eisini luttóku vit á ráðstevnuni hjá ICCA, sum

var í Prag í november. Á hesi ráðstevnu fingu

vit sera nógvan íblástur til arbeiðið víðari við

MICE í Føroyum, og eru eftir hetta farin í holt

við at finna eitt MICE brand, sum tekur støði

í teimum styrkjum, vit hava sum ferðamál.

AMBASSADØRNETVERKIÐ

2017 var annað árið hjá Ambassadørnet-

verk inum, sum var stovnað 20. mars í 2016.

Í netverkinum eru millum 90 og 100

ambassad ørar, sum verða heiðraðir á einum

ambassad ør degi. Ambassadørdagurin í

2017 var tann 9. februar, tá vit høvdu boðið

Scott Taylor á vitjan. Scott er marknaðarfør-

ings ráðgevi innan vinnuferðavinnu í Bret-

landi, og hann hevði ein sera áhugaverdan

fyrilestur, fyrst fyri Tórshavnar Kommunu og

Fróðskaparsetrið Føroya, og síðani fyri øllum

okkara ambassadørum.

Scott segði okkum frá, hvussu aðrir býir

markn aðarføra seg sum vitanarbýir mótvegis

MICE keyparum, og hvat hugsast skal um í

hesum føri. Hann førdi sera áhugaverd

sjón ar mið fram, har ein partur kann sam-

anfatast í hesi mynd, har branding, strategi,

PR, marknaðarføring, osfr. er partur av

pakk anum, sum eitt land ella ein býur eigur

at bjóða fram.

Ein partur av hesum hjólinum er, at býurin

eigur at stuðla uppundir ráðstevnur, so sum

við peningaligum stuðli og fáa borgararnar í

býnum at taka lut. Ein partur av hesum er

eisini ‘legacy’, sum merkir, at tá ein ráð-

stevna er í býnum, so skal ein arvur liggja

eftir ráðstevnuna. Hetta kann setast í verk á

ymsar mátar, og sum dømi nevndi Scott, at

tá ein ráðstevna innan sukursjúku var í

Glasgow, skipaði býurin fyri einum tiltaki, har

fólk kundu máta sítt blóðsukur. Fleiri, sum

gjørdu hetta, høvdu ov høgt blóðsukur og

vórðu sett í viðgerð.

Um dømi skulu finnast fyri 2017, har ein

arvur hevur ligið eftir eitt MICE tiltak í

Før oy um, er hetta Runavík Open, sum er ein

al tjóða talvkapping, sum varð hildin í Runavík

STRATEGI

TALGILDA HJÁLP

ARVUR

STUÐLAR

ALMENNURÁHUGI

ALMENNURSTUDNINGUR

ÚTPEIKAÁHUGAPARTAR

GISTINGAR-BÓKINGAR

BÓKINGAR AV FUNDAR-

HØLUM

MARKNAÐAR-FØRINGS-STUÐUL

PR STUÐUL

BÝAR-BRANDING

Sambært Scott Talyar, eru branding, strategi, PR, marknaðarføring, osfr. partur av pakkanum, sum eitt land

ella ein býur eigur at bjóða fram

Fokus á kundan

MICE FERÐAMÁL

Page 50: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

50 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

á 2. sinni. Sum dømi kann nevnast, at tá ein

talvkapping var í Runavíkar kommunu í

2017, telvaðu luttakarar av kappingini móti

skúla næmingum í Glyvra skúla og skúlanum

við Løkin. Á hendan hátt hevur ein talv-

kapping eggjað ungum í kommununi at

spæla talv.

Á ambassadørdegnum var eisini ein døgurði

fyri øllum ambassadørunum á Panorama á

Hotel Hafnia. Annika Olsen, borgarstjóri, helt

røðu, og Ársins Ambassadørur og Ársins

Ambassadørátak vórðu kosin. Ársins

Ambassadørur gjørdis Súni Selfoss,

formaður í Starvsmannafelagnum, sum hevði

havt tríggjar ymiskar ráðstevnur í Føroyum

júst hetta árið. Ársins Ambassadørátak

gjørdist Hondbóltssamband Føroya, sum

hevði fingið undanundankappingar til HM í

hondbólti til Føroya.

Beint undan degnum varð eisini valt at geva

ein heilt serligan heiður til Virgar Hvidbro,

aðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya.

Ongin annar í Føroyum kemur

Fótbóltssambandinum til knýggja, tá tað

kemur til at fáa ítróttarfólk til landið.

Fótbóltssambandið leggur eitt sera stórt og

fruktagott arbeiði fyri dagin. Tískil var

hóskandi á fyrstu ambassadørveitsluni

nakrantíð at geva Virgari Hvidbro og

Fótbóltssambandinum hendan heiður.

- Hondbóltssambandið hevur framt eitt bragd í 2016 og januar 2017 við at

fáa undankappingar, bæði í EM og HM, til Føroya. Tey vóru heppin við

lutakasti, men sanniliga eisini dugnalig við samráðingum at fáa ávikavist

EM- undankappingin hjá monnum, U21 HM-undankapping hjá monnum og

HM-undankapping hjá kvinnum til Føroya. Við hesum kappingum,

eydnaðist tað teimum at fáa tilsamans umleið 210 vitjandi til Føroya, úr

londum sum Makedonia, Íslandi, Eysturríki, Finnlandi, Sveis, Ísrael,

Grikkalandi, Ungarn, Lettlandi, Noregi, Belgia, Póllandi og Kýpros. At savna

so nógv fólk í lágárstíð er júst í tráð við aðalmálið at økja um ferðafólkatalið í

lágárstíð, ið er í sera stóran mun við til at gera føroysku ferðavinnuna meira

fíggjarliga burðardygga, segði dómsnevndin um Ársins Ambassadørátak

2016.

- Súni Selfoss hevur verið ein sera virkin ambassadørur í 2016. Hann hevur

skipað fyri tveimum størri ráðstevnum og einum altjóða fundi. Við sínum

frámúr “alt-ber-til” hugburði og síni sera stóru sjónligheit í altjóða

fakfelagsrørsluni, var tað nærmast ein sjálvfylgja, at stórir bólkar úr londum

rundan um okkum komu á gátt hjá honum og Starvsmannafelagnum. Eisini

hevur Súni staðið á odda fyri stásiliga fundarhølinum Smæruni, har millum

annað tolkaútgerðin er so góð, at tolkar sjálvir eru farnir at marknaðarføra

Føroyar sum eitt frálíkt stað at halda fundir. 187 norðurlendskar gestir hevur

Súni megnað at fingið til Føroya, sum koma ymsastaðni úr fakfelagsrørsluni,

segði dómsnevndin um Ársins Ambassadør.

- Fótbóltssamband Føroya hevur í eitt langt áramál havt ein sera stóran

leiklut í arbeiðinum at seta Føroyar á heimskortið á jaligan hátt. Við hørðum

arbeiði, dugnaskapi og áræði hevur Fótbóltssamband Føroya fyriskipað

nógv tiltøk, sum hava fingið fleiri tíggjutúsund fólk til Føroyar úr ymiskum

londum kring heimin, bæði í hág- og lágárstíð. Hetta hevur havt alstóran

týdning fyri ferðavinnuna í Føroyum.

GRUNDGEVINGAR FRÁ DÓMSNEVNDINI:

Ári Roach, Hondbóltssamband Føroya

Virgar Hvidbro, Fótbóltssamband Føroya Súni Selfoss, Starvsmannafelagið

Page 51: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 51

Í MICE NETVERKINUM ERU HESAR FYRITØKUR:

• Visit Faroe Islands

• Visit Tórshavn

• Atlantic Airways

• Hotel Føroyar

• Norðurlandahúsið

• Hotel Hafnia

• Greengate DMC

• Hadler DMC Faroe islands

• North Atlantic Xperience

• MICE Faroe Islands

Hesar hava allar verið við í samstarvinum frá byrjan,

og hava allar víst eitt fyrimyndarligt netverkssamstarv.

Ambassadørdagurin 2017

Page 52: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

52 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Reykjavík

Bergen

Faroe Islands

Aalborg

CopenhagenBillund

Edinburgh

Palma de MallorcaBarcelona

3. SvøríkiÁ svenska marknaðinum hava vit luttikið við lýsingum í tíðarritinum Meetings International, og

vit høvdu samanlagt átta svenskar famtrip luttakarar. Svenski marknaðurin er nú meiri opin

fyri Føroyum innan vinnuferðavinnu, og hetta merkist væl. PR deildin hjá Visit Faroe Islands

hevur syrgt fyri, at Føroyar eru vorðin meiri kend i Svøríki, og hetta sæst aftur í áhuganum frá

svenskum kundum. Kortini er ikki sama skjóta keypstilgongd, sum er galdandi fyri Noreg, í

Svøríki.

1. DanmarkMICE netverkið luttók á stóru

fundarmessuni í Bellacentrinum í

Keypmannahavn, sum nevnist Møde-

og Eventmessen, sum Kursuslex skipar

fyri. Hendan messan var 1. og 2. mars.

Fyri fyrstu ferð luttóku Føroyar saman

við trimum fyritøkum úr Grønlandi

(Hotel Hans Egede, Hotel Arctic og

Grønlands Rejsebureau), hetta, tí at vit

fingu stuðul frá NATA til hetta tiltakið.

Nógv góð sambond vórðu røktað á

hesi messuni, og eisini fingu vit nýggjar

kontaktir. Á básinum vóru brellbitar úr

Føroyum og Grønlandi at fáa. Filmar frá

báðum londum vórðu vístir, og ein ferð

til Føroya varð burturlutað, har ein

góður keypari vann hesa.

Eisini høvdu vit ein famtúr úr Danmark,

har vit høvdu sjey keyparar á vitjan.

2. NoregÍ Noregi luttaka vit á hvørjum ári á workshoppini Travelmatch, sum er í Oslo í januar mánað.

Hetta er altíð ein sera væleydnað workshop, har avtalukalendarin altíð er fullur, og har áhugin

er stórur fyri Føroyum. Sama hendi á hesum sinni, og vit fingu nógv sambond, sum eisini

luttóku á okkara norska famtúri seinni út á várið. Mong og góð úrslit eru komin burtur úr

hesum famtúri, har fleiri bólkar hjá fleiri ymiskum luttakarum longu eru bókaðir inn í 2018.

Atlantic Airways er í sera stóran mun við í arbeiðinum at menna og vaksa um norska

marknaðin og ger eitt stórt arbeiði í Noregi.

Vinnuferðavinna

Page 53: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 53

4. BretlandÁ bretska marknaðinum hendi tað í

2017, at Visit Denmark gavst við

sínum virksemi á MiCE

marknaðinum. Visit Denmark var

okkara fremsti samstarvsfelagi har,

og tí hava vit roynt aðrar leiðir í 2017.

Vit hava m.a. saman við Atlantic

Airways roynt eitt samstarv við

fyritøkuna Moulden Marketing, har

vit høvdu fullan avtalukalendara til

eina av teirra workshops í august

mánað. Eisini hava vit fingið

samstarv við eina samskiftisfyritøku í

London, sum hevur tíðarrit,

workshops, famtrips, osfr. Teirra

blaðstjóri var á famtúri og skrivaði

greinar til teirra blað, og fara vit í

2018 at samstarva við hesi.

5. TýsklandÁhugin úr Týsklandi er áhaldandi

stórur, og fleiri bókingar og

fyrispurnningar eru frá týska

marknaðinum. Í 2017 vóru vit ikki til

staðar við bási á stóru

ferðavinnumessuni í Frankfurt, men

vit vitjaðu tó messuna saman við

Atlantic Airways, og fingu sostatt

møguleika fyri at vitja allar okkara

samstarvsfelagar, sum vóru

útstillarar. Sera áhugavert var at

práta við tey, tí tey vóru sera jalig um

Føroyar og seldu okkum dúgliga.

Okkara samstarv við TMF Dialogue

helt áfram í 2017, og hava tey

framleitt eina rúgvu av content til

sosialar miðlar, eins og tey hava veitt

okkum kundar og famtripluttakarar,

sum hava verið 12 í tali.

STØRRI SAMSTARV VIÐ TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Eftir vitjanina hjá Scott Taylor úr Glasgow varð lagt upp til eitt nógv

tættari samstarv við Tórshavnar Kommunu. Hetta er heilt vanligt í

øðrum londum, at høvuðsstaðarkommunan í nógv størsta mun

arbeiðir við og leggur pengar í MICE. Orsøkin til hetta er, at MICE

fyritøkurnar í einum landi oftast liggja í høvuðsstaðarkommununi

og í teimum stóru býunum, og tí er tað sjálvsagt, at hesir dríva

vinnuna.

Enn er ikki komið á mál við hesum, og netverkið verður í løtuni

fíggjað í stóran mun av Visit Faroe Islands, sum leggur um tvær

mió. krónur í netverkið, kr. 500.000,- sum privatar fyritøkur leggja í

marknaðarføringina, og kr. 200.000,-, sum Tórshavnar Kommuna

og Visit Tórshavn í felag leggja í, saman við ¼ starvsfólki.

MARKNAÐARARBEIÐI

Aftur í 2017 hevur MICE netverkið arbeitt serliga á teimum 5

nærmarknaðunum: í Danmark, Noregi, Svøríki, Týsklandi og

Bretlandi. Árið hevur verið merkt av miðvísum søluarbeiði, har vit

millum annað hava móttikið umleið 50 útlendskar keyparar her

heima á væleydnaðum FAM-túrum. Eisini røkkur netverkið altjóða

MICE marknaðinum á stórari sølumessu í Barcelona.

Page 54: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

54 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

VISITFAROEISLANDS.COM

Heimasíðan visitfaroeislands.com, er ein

týðandi partur av marknaðarføringini av

Føroyum sum ferðamáli, og vendir hon sær

bein leiðis til ferðafólk, eins og miðlar,

ferða smiðir og onnur, sum selja Føroyar.

Yvir skip aða endamálið við síðuni er, at hon

skal innihalda alt tað, sum útlendsk ferðafólk

hava tørv á at vita um Føroyar, umframt at

hon skal vera sjónlig á leitimaskinum.

Heimasíðan er á donskum, týskum og

ensk um. Vanliga liggur talið av vitjanum á

síð uni millum 5.000 og 10.000 hvørja viku.

Tey vitjandi koma vanliga úr USA, Stóra

Bret landi, Danmark, Týsklandi, Kanada,

Avstralia og Italia. Tað sæst tó týðiliga, at

tjóð skap ur og tal av vitjandi skifta, alt eftir í

hvønn mun Føroyar eru á breddanum

utt an lands; nevnast kunnu fótbóltsdystir,

ser bløð, onnur marknaðarføringsátøk og

um røða úr útlondum.

Samlaða talið av einstøkum vitjandi á

visitfaroeislands.com endaði á 534.000 í

2017. Hetta svarar til eitt lítið hall á 7% í mun

til árið frammanundan, tá alt Sheep View

átakið varð sett í gongd. Sheep View átakið

fekk sera nógva umrøðu kring allan heimin og

hetta hevði við sær, at talið av vitjandi á

heima síðuni vaks sera nógv í 2016. Meðan

onnur átøk í 2017, so sum Faroe Islands

Translate, eisini eydnaðust væl, førdi hesi

átøkini ikki til eins nógv vitjandi á heimasíðuni í

2017 samanborið við 2016. Tølini vísa kort ini,

at tað framvegis eru nógv, ið vitja síðuna, og

at hesi brúka meira tíð á heima síð uni enn

frammanundan. Í 2017 lósu fólk 25% fleiri

síður samanborið við 2016, og tey brúktu

40% meira tíð á heimasíðuni. ‘Bounce Rate’,

sum vísur talið á teimum vitj andi, ið bara vitja

eina síðu á Visit Faroe Islands heimasíðuni, og

síðani fara víðari til eina aðra heimasíðu, er

fallið við meira enn 20%. Hetta fortelur, at fleiri

velja at reika runt á heimasíðuni enn áður. Ein

forkláring uppá hetta kann vera, at fólk, ið

vitjaðu heima síð una í 2016, tí tey høvdu hoyrt

um Sheep View, valdu møguliga bara at vitja

síðuna, tí tey vóru forvitin um átakið ella um

Føroyar, og ikki tí tey nágreiniliga vildu leita

sær kunn ing um, t.d. hvussu ein kemur til

Før oy ar, hvørjir gistingarmøguleikar eru, osfr.

Øll hesi rákini geva ábendingar um, at nýggja

heimasíðan er væl móttikin og verður nógv

nýtt.

Hyggur ein yvir eitt enn longri tíðarskeið, frá

2015, tá ið visitfaroeislands.com fekk

nýggjan samleika, og fram til í 2018, hevur

heima síðan havt ein samlaðan vøkstur av

vitjandi á áleið 500%.

SOSIALIR MIÐLAR

Arbeiðið við sosialu miðlum fór av álvara í

gongd í 2013. Hetta arbeiðið er nógv ment

og útbygt síðani tá.

Meðan Visit Faroe Islands í longri tíð hevur

staðið sterkt á eitt nú Facebook, so hevur

okkara økta fokus á eitt nú Instagram

veru liga gjørt, at vit nú røkka út til heilt ávísar

mál bólkar, ið vit serliga ynskja at náa.

Vit arbeiða eisini nógv við at fáa kunning um

Føroyar út á bloggar og aðrar síður, helst við

einum øðrvísi vinkli fyri at skapa áhuga.

Umframt at arbeiða við at framleiða so góða

kunning um Føroyar sum gjørligt, hava vit

eis ini lagt stóran dent á at hjálpa øðrum,

so leiðis at tey sjálvi eru før fyri at veita

kunn ing um Føroyar (bæði privata og

vinnu liga kunning). Hendan kunningin skal

raka so rætt og so víða um, sum møguligt,

so leiðis at brúkarin hevur lætt við at finna tað

tilfar, ið viðkomandi leitar eftir.

Hetta arbeiðið, ið verður gjørt leypandi, inni ber

at læra føroyingar, føroyskar fyritøkur og

útlendingar um Føroyar, um at tagga sítt til far

á rættan hátt, og um at brúka ávísar orð ing ar,

sum brúkarar á leitiskipanum eisini velja at

nýta. Alt hetta er við til at økja um kontakt-

flatuna, sum er við til at breiða kunn ing ina um

Føroyar út á netinum og sosialu miðlunum.

Grundreglurnar um, hvussu ymiskt skal

orð ast og taggast á teimum sosialu miðl u-

um, hevði við sær, at okkara Sheep View

360 átak í 2016 kom víða um, og gjørdi tað

eisini lætt ari hjá móttakaranum at finna meira

kunn ing um Føroyar.

Talgildir miðlarMarknaðarføringsvirksemi 2017

Page 55: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 55

TAGS

Ein av fleiri faktorum, sum eru avgerandi fyri

at tilfar um Føroyar kemur rætt út, er, at

til farið er taggað rætt. Leingi hava føroyingar,

ferða fólk og onnur verið í iva, um tann

grein in og myndin, ið tey leggja út á sosialu

miðl ar nar, skal taggast antin sum #Faroe,

#Faroes, #Føroyar, #Foroyar, #FaroeIslands

ella #TheFaroeIslands, umframt onnur dømi.

Henda manglandi sameining av øllum tilfari

um Føroyar undir einum felags tag, hevur

leingi havt neiliga ávirkan á effekt og út-

breiðsl una av kunningini um Føroyar á sosialu

miðl unum. Serliga, tá tað leingi hava verið

anti-whaling fólk, sum hava dugað best at

taggað Føroyar einsljóðandi, og harvið hava

yvir doyvt allan annað boðskap og myndir frá

og um Føroyar, tá hesi ikki hava brúkt somu,

einsljóðandi tags.

Tí hevur Visit Faroe Islands sett sær fyri, at

undirvísa føroyingin og føroyskar fyritøkur í at

tagga sítt føroyska tilfar einsljóðandi undir

#FaroeIslands. Hetta er gjørt bæði ígjøgnum

lýs inga átøk, og ígjøgnum beinleiðis sam-

band við ávísar áhugabólkar, eitt nú Føroysk

Foto list á Facebook, og gjøgnum ávís

Insta gram tiltøk, sum Visit Faroe Islands

hev ur staðið fyri. Samanumtikið hevur hetta

eydn ast sera væl, og vit síggja longu nú, at

hetta hevur havt stóra jaliga ávirkan. Næsta

lið í verkætlanini verður at fáa ferðafólkini at

tagga eins væl, umframt at fáa miðlar og

lykla fólk á sosialu miðlunum í Føroyum, at

minnast til at nevna Føroyar á rættan hátt, á

eitt nú enskum.

FACEBOOK

Hóast fleiri sosialir pallar vinna fram, og Visit

Faroe Islands arbeiðir á fleiri av teimum, er

Facebook enn tann mest týðandi pallurin.

Tískil er størst orka løgd í at menna tilfar til

henda miðilin.

Facebook síðan hjá VFI, sum varð stovnað í

2013, náddi við ársenda 2017 yvir 175.000

fylgjarar. Hetta talið kann fleirfaldast, tá talan

Visit Faroe Islands heimasíðan

Page 56: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

56 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

er um vikuligar “reach-out”. Sostatt gjørdist

hendan síðan tann skjótast vaksandi

face booksíðan í 2017, og er framvegis

næst størsta facebooksíðan í Føroyum (tann

ein asta sum er størri, er tónleikabólkurin

TÝR, ið gjøgnum fleiri ár hevur fingið sera

nógv ar útlendskar fjepparar).

Nógv orka verður løgd í at laga boðskapin

soleiðis, at hann røkkur longst møguligt út.

Hetta er serliga umráðandi á Facebook, har

reglurnar ofta broytast, og har tað natúrliga

“reach out”, sum einaferð var 100%, nú er

farið heilt niður á undir 1%. Hetta merkir, at

minni enn 1% av teimum, sum tekna seg til

at fylgja eini síðu á Facebook, nú síggja tað,

sum verður lagt út. Hetta setur stór krøv til at

skapa innihald, ið hevur virði fyri hyggjaran,

soleiðis at flest møguligt “dáma” ella “deila”

tilfarið, sum verður lagt út. Við tí ber til at fáa

eitt nógv hægri “reach out” enn einans tey

fáu, ið síggja tilfarið organiskt. Hetta er

eydn ast væl, og royndirnar á Facebook hava

eis ini hjálpt í arbeiðinum á hinum sosialu

pall unum, ið eru í stórari menning í løtuni.

PINTEREST

Hesin pallur er serliga vælumtóktur hjá

kvinnu liga málbólkinum, og fleiri vitjandi á

visit faroeislands.com koma her frá. Framyvir

verð ur meira arbeiði lagt í, at menna okkara

tilveru á hesum palli, við at leggja áhuga-

verd ar myndir út og skriva góðan og

kunn andi tekst til myndirnar, sum samlað

sæð gevur brúkaranum meira virði.

TWITTER

Ein annar pallur, ið vit eru virkin á, er Twitter.

Hetta er tó ein meira avbjóðandi pallur at

arbeiða við, bæði vegna tær natúrligu

av mark ing ar, ið Twitter hevur, við 140

teknum, men eisini tí, at VFI merkir tann

størsta ágangin frá mótstøðufólkum móti

grinda drápi á hesum pallinum. Ein partur av

tí tilfari, sum VFI leggur út á Twitter, kemur

frá okkara Facebook og Instagram profilum

– tilfar, sum verður lagað til júst henda pall.

Størsti parturin er tó tilfar, sum verður

skrædd ara seymað til júst Twitter.

Twitter hevur eisini fingið vaksandi týdning

sum kelda til søgur og myndir um Føroyar

frá útlendskum ferðafólkum og mynda fólk-

um. VFI hevur síðani havt møguleikan at sett

seg í samband við útlendingarnar og fingið

brúksrættindi til hetta tilfar, sum VFI so kann

nýta í egnum, sosialum kanalum.

Hóast VFI hevur megnað at fleirfalda talið av

fylgjarum á Twitter, so er ikki so lætt at meta

um virðið av teimum, tí fleiri av hesum

met ast at verða grindamótmælarar, sum

brúka okkara kanal til spam og sabotagu av

okk ara tilfari á ein hátt, sum Twittur gevur

teim um serliga góðan møguleika fyri.

SNAPCHAT

Snapchat er millum skjótast veksandi sosialu

miðlar, og serliga eru tað tey heilt ungu, ið

hava tikið hendan miðilin til sín.

Hesin málbólkurin er ikki tann, ið VFI nýtir

nógva orku uppá, og tí eri okkara Snapchat

profilur minni virkin enn okkara Facebook og

Instagram profilar. Vit meta, at okkara

boð skap ir raka best tann rætta málbólkin á

øðr um miðlum enn Snapchat í skrivandi

stund.

INSTAGRAM

Samstundis sum Instagram, við fleiri enn

800 milliónum myndaelskandi brúkarum, fær

størri og størri týdning á altjóða sosiala

pall in um, fær Instagram og okkara Insta-

gram profilur størri og størri týdning fyri

okk um og okkara kunning úteftir.

Við flottari náttúru hevur Føroyar ein ser stak-

liga sjónligan “boðskap” at fortelja. Á

Insta gram eru tað serliga myndir og tað

sjón liga, sum hevur stóran týdning, og tí

pass ar hesin miðilin ótrúliga væl til okkum, og

til tann “boðskapin”, sum vit vilja fortelja um.

Í samstarvi við Instagram serfrøðingum og

professionellum myndafólkum, hava vit

upp bygt eitt fylgjaratal á okkara Instagram

konto, sum við ársbyrjan í 2017 hevði

110.000 fylgjarar og við ársendan hevði

150.000 fylgjarar.

VFI fær sera nógvar fyrispurningar frá

“Insta grammarum” (fólk, sum ferðast kring

heim in at taka myndir, fyri síðani at leggja

mynd ir nar út á teirra Instagram konto).

Nøk ur av heimsins størstu Instagrammarum

Marknaðarføringsvirksemi 2017

Twitter

Page 57: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 57

hava vitjað í Føroyum ígjøgnum Visit Faroe

Islands í 2017. Tilsamans vóru fleiri enn 50

Insta gramm arar á vitjan farna árið. VFI

slepp ur at nýta tær myndirnar, sum hesi

taka meðan tey eru í Føroyum, m.a. á

okk ara egna Instagram. Í fleiri førum skipa vit

fyri sokallaðum “take-overs”, har Insta-

gramm arar fáa atgongd til okkara konto og

sjálvi leggja sínar myndir út. Hetta hevur víst

seg at riggað sera væl.

Ígjøgnum Instagram raka vit bæði tey, sum

fylgja okkum á okkara sosialu miðlum, og

tey, sum fylgja ávísum tags, sum vit brúka. Á

henda hátt kunnu vit rættiliga nágreiniliga

raka fólk við serligum áhuga fyri ymsum, so

sum fjallatúrum, fiskitúrum, og líknandi.

SAMANUMTØKA

Vit meta, at okkara arbeiði á teimum ym isku

sosialu miðlunum hevur gjørt sítt til, at vit

uppliva, at miðalaldurin av vitjandi (bæði á

heimasíðuni og á teimum, sum koma til

Føroyar) er væl lægri í dag enn áð ur,

samstundis sum flest lyklatøl, herundir talið

av fylgjarum á okkara sosialu miðlum,

áhald andi vuksu í 2017.

Til stuttleika kann nevnast, at vit í fleiri førum

hava fingið afturmeldingar frá ungum

før oy ing um, ið eru búsitandi uttanlands, ið

siga, at okkara marknaðarføringsarbeiði,

her und ir á sosialu miðlunum, hevur broytt

teirra mynd av Føroyum til tað betra, og er

við til at økja um hugin hjá teimum at flyta

heim aftur til Føroyar.

Vit vóna, at talið av vitjandi á okkara

heima síðu - og serliga talið av fylgjarum á

okk ara sosialu miðlum - heldur áfram at

veksa í 2018, men vit vænta kortini ikki, at

vøkst ur in verður líka stórur og skjótur sum í

2017. Orsøkin er tann, at bæði Facebook

og serliga Instagram hava gjørt nógvar

broyt ing ar í 2018, sum ger, at tilfar, ið verður

lagt út, ikki verður sæð líka nógv av brúk ar-

um sum fyrr, uttan so, at tann, ið eigur

Insta gram ella Facebook kontuna, velur at

rinda lutfalsliga nógvan pening fyri, at tilfarið

verð ur sæð av fleiri brúkarum.

Hóast slíkar avbjóðingar, so metir Visit Faroe

Islands, at sosialu miðlarnir framhaldandi

fara at vera ein av okkara sterkastu pallum,

tá tað snýr seg um, at breiða boðskapin um

Føroyar víða um og at raka teir røttu

málbólkarnar. Tískil verður ein størri partur

av fíggjarligu orkuni raðfestur til talgilda

arbeiðið.

Instagram

Page 58: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

58 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Faldarar

Marknaðarføringsvirksemi 2017

Sjálvt um fleiri og fleiri vitja heimasíðuna hjá

VFI og aðrar heimasíður, sum kunna um og

selja Føroyar, eru tað mong, ið enn spyrja

eftir faldarum. Ein partur av uppgávuni hjá

VFI er tí at røkja henda eftirspurning við at

senda kunnandi tilfar um Føroyar út í heim.

Gjøgnum alt árið fær VFI fyrispurningar um

faldarar frá bæði privatpersónum eins og

fyritøkum, sum selja Føroyar uttanlands.

Fyritøkurnar nýta faldararnar til at senda til

síni viðskiftafólk og til at hava við á messur,

ið tær taka lut á. Faldarar verða eisini latnir

føroyskum vinnuumboðum, skúlaflokkum,

ungdómum og øðrum, sum fara út í heim og

ynskja at hava kunning um Føroyar við.

TOURIST GUIDE OG KORT

Hvørt ár ger Sansir nýggja Tourist Guide, sum

VFI hevur ábyrgd av at senda út. Tilsamans

vórðu prentaðar 55.000 Tourist Guides í

2017, sum allar vóru uppi, tá árið var av.

Á hvørjum ári verða harafturat kort av

Før oyum prentað, og verða tey somuleiðis

upp brúkt eftir einum ári. Í 2017 vórðu 50.000

kort av Føroyum prentað. Bæði kort og

Tourist Guide verða latin áhugaðum ókeypis.

FUGLAFALDARI

Nógv ferðafólk koma til Føroya at hyggja eftir

fuglum, og tí er stórur tørvur á einum

fugla faldara, ið fortelur um teir ymisku

fugl ar nar, sum kunnu síggjast í Føroyum.

Ynskið var at gera ein faldara, sum hevði

stórar og góðar myndir av fuglum, umframt

viðkomandi lýsingar av fuglunum. Harafturat

eisini kunning um, hvussu man ber seg at úti

í náttúruni millum fuglar, umframt kunning

um tey trý Ramsar økini. Faldarin er á

donsk um og enskum. Faldarin verður deildur

út á kunningarstovum runt landið, á messum

og workshops uttanlands, ið VFI luttekur á.

Eisini eru tað nógv ferðafólk, ið bíleggja hann

frá VFI, áðrenn tey koma til Føroyar.

GONGUFALDARI

Eftirspurningurin eftir gongufaldaranum, ið

upprunaliga varð gjørdur til VNTM 2015,

hevur víst seg at vera ovurhonds stórur.

Gongufaldarin er, eins og alt annað tilfar VFI

ger, í tráð við brandið. Faldarin var upp runa-

liga gjørdur á enskum og donskum, og í

2017 kom faldarin á týskum eisini, tí VFI

hevði fingið fleiri fyrispurningar um tað.

Fald arin verður deildur út á kunningarstovum

runt landið, á messum og workshops, ið VFI

lut tekur á uttanlands. Eisini eru tað nógv

ferða fólk, ið bíleggja hann frá VFI, áðrenn tey

koma til Føroyar. Nýggi faldarin hevur verið

sera væl móttikin av okkara útlendsku

sam starvs pørtum.

AMBOÐSKASSI TIL ALLAR FØROYINGAR

Ein partur av strategiini hjá Visit Faroe

Islands hevur verið at fáa føroyingar sjálvar

at hjálpa til meira við at marknaðarføra

Føroyar. Tað, at vit búgva í einum lítlum

landi, ger, at vit kanska enn meira enn onnur

lond øll eru ambassadørar fyri okkara land

– óansæð um vit vilja tað ella ikki.

Page 59: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 59

Fyri at fáa boðskapin um Føroyar út so breitt

sum møguligt, er tað av týdningi at kunn-

ingin er konsekvent, soleiðis at argumentini

fyri at ferð ast til júst Føroyar eru greið. Tískil

hev ur Visit Faroe Islands gjørt ein amboðs-

kassa, ið allir føroyingar kunnu brúka, um tey

hava ætlanir um at halda framløgu um

Før oy ar, óansæð um ein er skiftisnæmingur,

sel ur fisk ella situr í altjóða nevnd. Hetta er

ein kostnaðareffektivur háttur at markn aðar-

føra Føroyar.

Framløgurnar eru ymiskar til longdar, soleiðis

at tær røkka ymiskum tørvum - alt frá heilt

stuttari kunning um, hvar Føroyar eru, til

longri framløgur, ið lýsa Føroyar nærri.

Amboðskassin, ið inniheldur framløgur

og filmar, er at finna á heimasíðuni

www.visitfaroeislands.com/vinna.

ALTJÓÐA SAMSTARV

VFI hevur knýtt samstarv við ymiskar aktørar

úti í heimi, ið beinleiðis og óbeinleiðis hjálpa

til við at marknaðarføra Føroyar. Hetta, tí at

tað einsamalt er trupult hjá VFI at røkka og

røkja stóru marknaðirnar.

Hesir eru:

TRAVEL PR

VFI hevur avtalu við enskt PR-bureau.

Samstarvið fevnir fyrst og fremst um at

skapa áhuga hjá enskum miðlum fyri

fjølmiðlavitjanum til Føroya. Harumframt

verða tíðindi úr Føroyum javnan send út til

miðlar í Bretlandi fyri eisini á tann hátt at

skapa umrøðu um Føroyar.

EHRENBERG KOMMUNIKATION

Somuleiðis hevur VFI avtalu við týskt

PR-bureau. Endamálið við samstarvinum er

at skapa størri áhuga fyri fjølmiðlavitjanum úr

Týsklandi. Samstarvið fevnir eisini um at

fóðra týskar miðlar við tíðindum úr Føroyum.

VISIT DENMARK Í ITALIA

Samstarvið við Visit Denmark í Italia er um

fjølmiðlavitjanir, kunningarferðir fyri ferða-

smiðir, kunning um Føroyar á italskum og

fronskum á heimasíðuni hjá Visit Denmark,

luttøka á workshops, o.s.fr. Visit Denmark í

Italia hevur eisini ábyrgd av franska markn-

aðinum, so samstarvið fevnir eisini um

miðlavitjanir úr Fraklandi.

VISIT DENMARK Í NOREGI

Visit Faroe Islands hevur í 2017 samstarvað

við Visit Denmark í Noregi um fjølmiðlavitjanir.

VISIT DENMARK Í SVØRÍKI

Samstarvið við Visit Denmark í Svøríki er

eisini um fjølmiðlavitjanir.

VISITDENMARK Í STÓRA BRETLANDI

Samstarvið við VisitDenmark í Stóra

Bretlandi er fyrst og fremst um at vit kunnu

luttaka á teirra søluverkstovum, bæði innan

frítíðarferðavinnu og vinnuferðavinnu.

MICE

Innan MICE-økið samstarva vit eisini við fleiri

altjóða felagsskapir, so sum ICCA, MPI og

Tmf, fyri at fáa fleiri ráðstevnur og fundir til

Føroyar.

PROMOTE ICELAND

OG VISIT GREENLAND

Samstarvið millum NATA-londini er ment

munandi seinastu árini, har vit serliga hava

valt at luttaka í søluátøkum, sum Ísland ger.

Hetta samstarv hevur givið okkum møgu-

leika at luttaka á tiltøkum og marknaðum, ið

vit annars ikki hava havt ráð og møguleika at

taka lut á, m.a. USA. NATA hevur gjørt av at

seta ein marknaðarføringsbólk við umboðum

frá Promote Iceland, Visit Greenland og Visit

Faroe Islands, sum skulu arbeiða við at gera

uppskot til felags marknaðarføringsátøk fyri

londini. Í 2017 hava hesi átøkini m.a. fevnt

um workshop í London, roadshow í USA og

átak í Íslandi, har ferðavinnuumboð úr

Grøn landi og Føroyum fingu høvi at hitta

íslendskar incoming fyritøkur.

Page 60: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

60 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Onnur tiltøkFAROESE MUSIC AWARD, FMA

Norðurlandahúsið og Visit Faroe Islands

samstarvaðu um at fáa útlendskar fjølmiðlar

innan tónleikaheimin at taka lut á FMA.

Umframt sjálvt FMA, varð eisini skipað fyri

konsert í Reinsarínum undan tiltakinum, so

miðlafólkini høvdu høvið at hoyra eitt breitt

úrval av føroyskum tónleikaraum. Eisini varð

skipað fyri útferð til Klaksvíkar.

EMBLA MATVIRÐISLØN

Bóndafeløgini í Norðanlondum og Norður-

landaráðið hava tikið stig til nýggja matvirðis-

løn, Embla, og fyrstu virðislønirnar vórðu

latnar á hátíðarhaldi á Ráðhúsinum í

Keyp manna havn í mars. Bóndafelagið og

iNova samskipaðu føroysku luttøkuna og

um boð fyri Visit Faroe Islands vóru við í bæði

stýris bólkinum og dómsnevndini. Føroyar

vórðu innstillaðar í fýra bólkum, og av

til sam ans seks virðislønum, sum vórðu

latnar, vunnu Føroyar tríggjar. Leif Sørensen

vann fyri bólkin Mathandverkari, Dímunar-

garðurin vann í bólkinum Rávøruframleiðari,

og Heimablídni, umboðað við Heimablídni

hjá Annu og Óla á Velbastað, vunnu fyri

Mat ferðamál. Embla virðislønin verður

handað aftur í 2019.

TORNIÐ Á HEIMSINS ENDA

Norðurlandahúsið skipaði í mai fyri bók-

menta ráðstevnu við útgangsstøði í skald-

skapinum hjá Williami Heinesen, har

rit høv undar og akademikarar úr smáum

oyggj um og fjarskotnum økjum úr øllum

heim in um vórðu boðin til Føroyar at kjakast

um ymisk evni, sum t.d. hvønn leiklut

oyggj ar og oyggjabókmentir hava í sam tíðar-

bókmentum. Í hesum sambandi heitti

Norð ur landahúsið á Visit Faroe Islands um at

bjóða miðlafólkum innan mentunarøkið til

ráð stevnuna. Hetta eydnaðist væl og umboð

frá m.ø. Weekendavísini úr Danmark,

Frankfurter Allgemeine Zeitung úr Týsklandi

og BBC úr Stórabretlandi tóku lut.

TÓRSHAVN MARATHON

Visit Faroe Islands samstarvar við Tórshavn

Marathon um at varpa ljós á tiltakið

uttanlands. Í 2017 vóru 232 av teimum 515

luttakarunum útlendingar. Tey komu úr 32

ymiskum londum. Flest danskarar, men

eisini heilt úr m.a. Ísrael og Taiwan. Tórshavn

Marathon er ein sera góður máti at røkka

einum ávísum málbólki, sum ferðast eftir

marathon upplivingum, ofta um allan heimin.

Stuðul varð latin frá krónu fyri krónu

stuðulsjáttanini.

HIKING.FO

Visit Faroe Islands lat stuðul gjøgnum krónu

fyri krónu verkætlanina til góða og

týdningarmikla átakið hjá Pól Sundskarð,

heimasíðuna hiking.fo.

ACCESS NORDEN – ATKOMA TIL ØLL

Visit Tórshavn hevur inngingið í hesum

norðuratlantiska samstarvi millum Ísland,

Grønland og Føroyar – við íblástri frá

Skotlandi og Kystnorge. Endamálið er at

gera vart við, at atkoma skal vera fyri øll,

óansæð brek. Ráðstevna varð hildin í NLH

um evnið og hondbók ment til endamálið.

VFI hevur latið stuðul til hesa verkætlan

gjøgnum krónu fyri krónu játtanina.

G! FESTIVALURIN, GØTA, 13. – 15. JULI

Festivalurin, ið verður hildin í serliga vøkrum

umhvørvi í Gøtu árliga í juli, hevur gjørt eitt

stórt arbeiði at fáa umrøðu í útlendskum

miðlum. Í fleiri ár hevur verið arbeitt nógv við

at fáa útlendskar fjølmiðlar til tiltakið. G!

Festival og Visit Faroe Islands samstarva

kring fjølmiðlavitjanirnar. G! Festivalurin kann

gerast ein týdningarmikil liður í at

marknaðarføra Føroyar og er hetta eitt sera

gott “reason to go” fyri at vitja Føroyar.

Marknaðarføringsvirksemi 2017

Page 61: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 61

Page 62: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

62 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2017

Page 63: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Ársfrágreiðing 2017 / Visit Faroe Islands - 63

Tað eru vit, sum starvast á Visit Faroe Islands 

GUÐRIÐ HØJGAARD

Stjóri

Fartelefon: 55 61 [email protected]

SÚSANNA SØRENSEN

Frítíðarferðavinna og fjølmiðlar

Fartelefon: 55 61 [email protected]

ANNLEYG LAMHAUGE

Vinnuferðavinna

Fartelefon: 55 61 [email protected]

BÁRÐUR EKLUND

Talgildir miðlar

Fartelefon: 55 61 [email protected]

VANJA DAVIDSEN

Skrivstovufólk

Fartelefon: 55 61 [email protected]

LEVI HANSSEN

Content og fjølmiðlar

Fartelefon: 50 32 65

[email protected]

FRÍÐGERÐ HEINESEN

Bókhald

Fartelefon: 55 61 [email protected]

NEVNDIN HJÁ P/F VISIT FAROE ISLANDS:Johannes Jensen, Gist & Vist, formaðurSif Gunnarsdóttir, NorðurlandahúsiðRúni V. Poulsen, Smyril LineJohanna av Bergi, Atlantic AirwaysBjørgfríð Ludvig, Tórshavnar Kommuna Fríði B. Nielsen, Eystur KommunaOddbjørg Højgaard, Hotel HafniaJóhan Pauli Helgason, Vinnumálaráðið

Set teg endiliga í samband við okkum,

um tú hevur eitthvørt upp á hjarta viðvíkjandi

ferðavinnuni í Føroyum.

Page 64: Visit Faroe Islands ÁRSFRÁGREIÐING 2017 · 2018. 10. 17. · 14.792 í 2016. Nógv av starvsfólkunum velja eis ini at fara í land, tá skipini leggja at. Hetta gev ur eitt samlað

Visit Faroe IslandsGongin 9 100 Tórshavn

Tlf. 666 555

[email protected]

Sni

ð og

up

pse

ting:

San

sir