52
ÁRSFRÁGREIÐING 2013 Visit Faroe Islands

Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II Annual statement - Visit Faroe Islands www.visitfaroeislands.com

Citation preview

Page 1: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

ÁRSFRÁGREIÐING 2013Visit Faroe Islands

Page 2: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

2 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

INNGANGUR 3

FERÐAVINNAN 2013 Í TØLUM 4

NÝGGJ STRATEGI FYRI FERÐAVINNUNA Í FØROYUM 8

VISIT FAROE ISLANDS 12

NÝTT FERÐAVINNUBRAND 14

VISIT FAROE ISLANDS SKAPAR FJØLMIÐLAUMRØÐU FYRI YVIR 20 MIÓ. KR. 20

YVIRLIT YVIR MARKNAÐARFØRINGSVIRKSEMI Í 2013 24

ONNUR TILTØK 48

Innihald

Page 3: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 3

2013 vísti seg at gerast eitt sera spennandi ár fyri føroysku ferðavinnuna. Eitt ár tá nógvar av grundfortreytunum fyri ferðavinnuna í Føroyum vórðu endurskaptar. Nýggj visjón, nýggj strategi, nýggj játtan, nýggj starvsfólk, nýtt brand og nýggj hagtøl vóru nakrar av broytingunum. Hetta var eisini árið, tá arbeiðið við at marknaðarføra Føroyar sum ráðstevnu­land, av álvara fór í gongd og er hetta nakað vit vænta okkum nógv av framyvir.

Tann tvífaldaða játtanin hevur givið okkum heilt nýggjar møguleikar fyri framtíðina. Vit kunnu nú arbeiða við fleiri marknaðum og segmentum enn fyrr, og kunnu sostatt gera Føroyar meira kent sum ferðafólkaland, eins og skapa størri áhuga fyri øllum teimum mongu tilboðum, sum okkara land hevur at bjóða. Potentialið er stórt og tað er eingin ivi um, at ferðavinnan kemur at vaksa komandi árini. Okkara vakra land við nógvum autentiskum og øðrvísi upplivingum møtir einum týðiligum ráki á marknaðunum, har eftirspurningurin eftir júst hesum er vaksandi.

At vit nú hava fingið Hagstovuna at gera hagtøl aftur fyri ferðavinnuna ger, at tað verður lættari at máta úrslitini av tí samlaðu íløguni. Sum tað sæst aðrastaðni í hesi frágreiðing, eru vit í 2013 komin upp um 130.000 gistingar, sum skulu verða 200.000 í tali ár 2020. Málið er høgt, men vit ivast ikki í, at hetta er møguligt at røkka, um tær fortreytir, sum vit nú hava fingið, verða hildnar.

PR-úrslitið fyri 2013 slær øll met, við heili 100 fjølmiðlavitjanum samanborið við uml. 50 vitjanum árið fyri. Hetta gevur eitt PR-virði uppá yvir 20 mió. krónur og tá er milliónavirðið fyri alla ta digitalu umrøðuna í greinum á tíðindaportalum og bloggum ikki íroknað.

Øll marknaðarføring tekur nú útgangsstøði í nýggja ferðavinnu brand-inum, sum effektiviserar marknaðarføringina av Føroyum.

Gleðiligt er eisini at síggja, at fíggjarúrslitini hjá nógvum av aktørunum í vinnuni nú í størri mun ganga tann rætta vegin.

Hóast vit á Visit Faroe Islands bert hava verið trý fólk í starvi størra partin av 2013, hevur virksemið verið stórt. Í hesi ársfrágreiðing kunnu tit fáa eina nærri mynd av virkseminum hjá Visit Faroe Islands í hesum árinum, har vit lýsa tey ymsu virkisøkini, herundir fjølmiðla-vitjanir, ymisk tiltøk uttanlands, samstørv eins og tiltøk í Føroyum.

Eg vil nýta høvi at takka øllum tykkum mongu, sum hava verið við í hesi tilgongd. Ferðavinnuni sjálvari fyri stuðul og gott íkast til strategiina og tykkum sum luttóku í branding tilgongdini. Ein serlig tøkk til tykkum landspolitikkarar, sum hava víst sera stóran vælvilja og áhuga í hesi tilgongd. Eg gleðist serliga um, at allir 33 løgtings-limir atkvøddu fyri at tvífalda játtanina til ferðavinnuna. Vit taka hetta sum eitt stórt álit, men fyrst og fremst sum eina stóra ábyrgd, sum vit øll í ferðavinnuni í felag mugu gera alt fyri at liva upp til.

Takk fyri gott samstarv í 2013!

Guðrið HøjgaardStjóri, Visit Faroe Islands

Inngangur

Page 4: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

4 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Ferðavinnan 2013 í tølum

Ferðavinnan 2013 í tølum

Aftur at gistingarhagtølun­um verða framyvir eisini gjørd meira um fatandi lykla tøl, sum vísa týdningin av ferðavinnuni fyri tjóðar­búskapin, tal av arbeiðs­plássum eins og neyvari ferða fólka lýsingar.

Eftir nýggju samstarvsavtaluni, millum Hagstovu Føroya og Visit Faroe Islands, sum kom í gildið 1. jan. 2013, savnar Hagstovan nú inn hagtøl um gistingina kring landið. Øll gistingarhús, kampingpláss og aðrir útleig­arar skulu lata hagtøl inn til Hagstovuna um tal av vitjandi, hvørjum landi tey búgva í, og hvussu leingi tey gista. Við hesum upplýsingum ber aftur til at fylgja neyvt við, hvaðan ferðafólkini, sum gista í Føroyum, koma, og ikki minst at kunna máta uppsettu málini eins og fylgja við, hvussu ferðavinnan broytist frá ári til árs.

Page 5: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 5

GISTINGAR Í 2013 vórðu 130.771 gistingar í Føroyum. Í 2012 var hetta talið uml. 100.000, men tey tølini skulu takast við fyrivarni, av tí at tey vóru givin sjálvboðin og ikki sum krav við heimild í lóg, sum tann nýggja avtalan við Hagstovuna inniber. Tað ger, at hesi tølini ikki eru samanberilig. So hóast vøksturin sær stórur út, og vinnan eisini merkti vøkstur í 2013, ber sostatt ikki til at siga neyvt, hvussu stórur partur av hesum vøkstrinum stavar júst frá 2013, samanborið við 2012. Hetta tí at ein partur av hesum vøkstrinum kann stava frá tølum, sum ikki vórðu latin inn sjálv boðin í 2012.

Yvir helvtin av teimum útlendsku gistingun-um eru danskar. Sum tað fram gongur koma tey vitjandi sum heild fyrst og fremst frá nærmarknaðunum. Flestu gistingar verða gjørdar á gistingarhúsum, heili 73% av teimum samlaðu gistingunum. 68% av

gisting unum verða gjørdar í Suður streymi. Mest vanligt er tað at koma til Føroyar sum einstaklingur á eini frítíðarferð, svarandi til 54% av øllum komum.

CRUISETalið av cruise gestum hevur verið í støðug-um vøkstri í nógv ár og setti nýggj met í 2013. Talið av skipum hevur verið rættuliga støðugt tey seinnu árini, men tað er serliga talið av ferðafólkum sum økist. Hetta kemur av at cruiseskipini sum heild gerast størri og kunnu rúma fleiri gestum.

Talið av cruisegestum er meira enn fimm-faldað síðani ár 1999. Í 2013 vitjaðu sostatt 44.316 cruisegestir í Føroyum tá 49 cruise -skip vitjaðu. Harafturat vóru 21.139 starvs-fólk umborð og nógv av teimum velja eisini at fara í land tá skipini leggja at. Hetta gevur eitt samlað gestatal uppá 65.455 fólk.

Størsti parturin av skipunum leggja at í Tórshavn, men í 2012 og 2013 hava fleiri skip enn vanligt lagt at í Klaksvík.

Flestu gestir í 2013 komu úr Stóra Bretlandi, USA, Týsklandi, Canada og Fraklandi.

TOP 10 listi yvir útlendskar gistingar í 2013

1. Danmark

2. Noreg

3. Týskland

4. Ísland

5. Bretland

6. Svøríki

7. Italia

8. Niðurlond

9. Finland

10. USA

Page 6: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

6 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Onnur vegleiðandi lyklatøl fyri føroysku ferðavinnuna

400 mió. kr í umsetningi

450-500 arbeiðspláss

100.000 ferðafólk

Kelda: Ferðavinnufelagið og VFI

Gistingarnætur 2013, flokkaðar eftir bústaðarlandi og slag av gisting

Land Gistingarhús Ból og biti Íbúð/hús Kamping Íalt

Danmark 39048 606 8101 334 48,089

Føroyar 23746 123 12293 3385 39,547

Noreg 6819 72 1081 40 8,012

Týskland 4353 386 1730 806 7,275

Ísland 3997 24 950 211 5,182

Bretland 3465 186 792 159 4,602

Svøríki 3271 42 111 53 3,477

Italia 931 145 442 30 1,548

Niðurlond 938 40 178 194 1,350

Finland 1113 36 112 79 1,340

USA 912 84 69 40 1,105

Spania 497 10 539 12 1,058

Frakland 481 37 73 52 643

Grønland 342 12 9 363

Europa annars 3101 68 560 284 4,013

Asia 330 23 114 467

Avstralia og NýSæland 129 11 14 12 166

Norðuramerika annars 241 8 14 19 282

Miðamerika og Karibia 3 4 8 15

Suðuramerika 154 18 172

Nær og miðeystur 177 177

Afrika annars 2 104 106

Ikki upplýst 1782 1,782

95,832 1,917 27,312 5,710 130,771

Komur (”Check-in’s) í 2013, flokkaðar eftir mánaði og endamáli við ferðini

Í bólki (10+), business 4%

Einstaklingar, business 30%

Í bólki (10+), leisure 12%

Einstaklingar, leisure 54%

100%

Fleiri hagtøl kunnu síggjast á visitfaroeislands.com

Ferðavinnan 2013 í tølum

Gistingarnætur 2013, flokkaðar eftir slag av gisting og mánaði

2013/01 2013/02 2013/03 2013/04 2013/05 2013/06 2013/07 2013/08 2013/09 2013/10 2013/11 2013/12 Tilsamans

Ból og Biti 2 17 31 60 413 743 445 178 24 2 2 1,917

Gistingarhús 2,620 4,174 5,414 6,255 9,820 12,954 16,145 13,494 10,329 6,692 4,963 2,972 95,832

Íbúð/Hús 453 786 1,392 1,259 1,634 3,751 8,193 4,873 1,973 1,318 945 735 27,312

Kamping 28 74 251 1,770 3,388 182 17 5,710

Tilsamans 3,075 4,960 6,823 7,573 11,588 17,369 26,851 22,200 12,662 8,051 5,910 3,709 130,771

Page 7: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 7

Ferðafólk Mannskap Skip60

50

40

30

20

10

01999 2000 2001 2005 20082002 2006 20092003 2007 20102004 2011 2012 2013

50,000

45,000

40,000

35,000

30,000

25,000

20,000

15,000

10,000

5,000

0

Talið av cruisegestum, starvsfólkum og komum 1999-2013

Kelda: TAKS / Hagstova Føroya

Gistingarnætur 2013, flokkaðar eftir øki og mánaði

2013/01 2013/02 2013/03 2013/04 2013/05 2013/06 2013/07 2013/08 2013/09 2013/10 2013/11 2013/12 Tilsamans

Suðurstreymur 2,118 3,352 4,721 5,015 8,113 11,947 18,687 12,506 8,946 5,850 4,314 2,891 88,460

Uttan fyri Suðurstreym 957 1,608 2,102 2,558 3,475 5,422 8,164 9,694 3,716 2,201 1,596 818 42,311

Tilsamans 3,075 4,960 6,823 7,573 11,588 17,369 26,851 22,200 12,662 8,051 5,910 3,709 130,771

100%90%80%70%60%50%40%30%20%10%0%

Gistital (belegningur) í % á gistingarhúsunum, mánaðarliga og fyri árið sum heild

2013/01 2013/03 2013/05 2013/07 2013/09 2013/112013/02 2013/04 2013/06 2013/08 2013/10 2013/12 Fyri árið

Page 8: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

8 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Nýggj strategi fyriferðavinnuna í FøroyumStórur altjóða vøkstur

Ferðavinna telist millum tær vinnur, sum í heimshøpi vaksa skjótast. Sambært WTO er ferðavinnan sum heild vaksin við 4% um árið seinastu tíggju árini og væntast ein vøkstur uppá 5,3% árliga fram til 2020. Flestu lond kring okkum hava havt stóran vøkstur í nevnda tíðarskeiði. Í Føroyum hava vit ikki hagtøl, sum kunnu staðfesta nágreiniliga, hvussu

menningin hevur verið. Tað kann kortini staðfestast, at Føroyar ikki hava staðið seg væl í kappingini um at fáa ferðafólk, og at vinnuni tørvar fleiri kundar til at fáa ferð á menningina. Tað er ein sannroynd, at kapasiteturin á gistingarhúsum er so at siga óbroyttur síðan miðskeiðis í 1980­árunum, og lutfalsliga gistitalið er eitt av teimum lægstu í Europa.

Nýggj strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum

Page 9: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 9

Føroyar hevur tó eitt stórt potentiali sum ferðafólkaland. Fyri tann kræsna ferðandi er hetta ein serstøk uppliving, sum tú ikki finnur aðrastaðni. Men uttan hollan kunnleika og effektiva marknaðarføring detta Føroyar burtur ímillum so nógv onnur ferðatilboð.

Visit Faroe Islands hevur tí í tøttum samstarvi við vinnuna gjørt eina nýggja strategi, sum hevur til endamál at fáa vøkstur í ferða vinnuna í Føroyum.

STRATEGIIN LEGGUR DENT Á 3 FOKUSØKI:

1. Samskipan av marknaðarføringini út frá einum felags brandi: Øll marknaðar-føring skal samskipast við útgangs støði í einum felags ferðavinnubrandi fyri Føroyar, fyri best møguligu effekt.

2. Karmar: Arbeiða við at skapa best møgu ligu karmar fyri vinnuna, her undir betra lóggávuna, sum skal geva tryggari karmar og størri úrtøku til veitararnar.

3. Menning: Verða við til at menna vinnuna burðardygt sum heild, her undir fyrst og fremst vera ráðgevandi í produktmenning, íløgumenning eins og útbúgvingarmenning.

Page 10: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

10 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

VISJÓNFerðavinnan skal verða ein nýggj basis vinna fyri landsbúskapin, sum skal mennast á ein burðardyggan hátt, við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum.

Føroyska ferðavinnan skal tvífaldast og geva minst 1 milliard krónur í umsetningi í 2020.

LANGSIKTAÐ MÁL FRAM TIL 2020Vit skulu í felag seta Føroyar á heimskortið sum serstøk, áhugaverd og burðardygg ferðavinnutjóð!

2015:· 140.000 gistingar íalt· + 200 arbeiðspláss

(í mun til hagtøl fyri 2011)· 600 mió. kr. í umsetningi

2020:· 200.000 gistingar íalt· + 450 arbeiðspláss

(í mun til hagtøl fyri 2011)· 1. mia. kr. í umsetningi

1 mia. í umsetningi fram til 2020 inniber, at vinnan skal hava ein árligan vøkstur á í miðal 10-11% árliga fyri at røkka málinum. Málini eru realistisk at røkka við núverandi fortreytum.

Fleiri gistingar geva eitt hægri gistital til gistingarstøðini, og ein øktur umsetningur kemur at gagna allari vinnuni. Arbeiðspláss verða skapt í øllum pørtum av vinnuni, alt frá ferðaleiðarum, upplivingarveitarum, flutnings-feløgum, gistingarhúsum og matstovum til sølu- og marknaðarfunktiónir. Aðrar hjávinnur fara eisini at fáa ágóða av hesum vøkstri num.

HØG RAÐFESTING AV TÍ ALTJÓÐA MARKN AÐARFØRINGINIFyri at fáa neyðuga vøksturin, skal størst møguligur partur av játtanini komandi árini nýtast til ta altjóða marknaðarføringina. Hetta merkir, at høvuðsdentur skal leggjast á marknaðarmenning fram um produkt-menning. Fyri at leingja ta stuttu sesongina, skal Føroyar í størri mun seljast sum ferða mál alt árið. Hetta verður gjørt við at fara eftir at fáa fleiri ráðstevnur og ávísar áhugabólkar, sum hóska til okkara útboð. Hetta fer eisini at gera tað lættari at fáa fleiri av “teimum røttu“ ferðafólkunum, ið leggja meiri pening eftir seg enn higartil. Áhugabólkarnir finnast á øllum teimum raðfestu marknaðunum.

Nýggj strategi fyri ferðavinnuna í Føroyum

Page 11: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 11

VAL AV MARKNAÐUM OG SEGMENTUM:Marknaðirnir verða deildir upp í A, B og C-marknaðir, har A-marknaðir hava hægst raðfesting:

· A­marknaðir: Norðurlond, Týskland, Stóra Bretland· B­marknaðir: Benelux, Italia, Spania,

Frakland· C­marknaðir: USA, Kina, Japan,

Russland, onnur europeisk lond

Í fyrsta umfari verður farið eftir teimum marknaðum, sum hava ”low hanging fruits,” tvs. har kunn leikin um Føroyar er lutfalsliga størstur, og har tað harvið er lættast at fáa fleiri ferðafólk skjótt. Hetta hevur við sær, at tað í størri mun enn áður verður satsað upp á Norðurlond. Á A-marknaðunum verður arbeitt við øllum segment um, tvs. Brúkara (B2C), Fjøl miðlum (Media) Søluliði (B2B). Á útvaldum A-marknað um verður eisini arbeitt við fundar- og ráðstevnu fyrireikarum. Á B-marknað unum verður í høvuðsheitum arbeitt við fjølmiðlum og sølu liði. Á C-marknað unum, verður bert arbeitt á grundstøði og átøk verða bert gjørdí serligum førum.

Øll marknaðarføring tekur nú útgangs støði í branding-profilinum, og alt arbeiði skal hanga saman, fyri at fáa størst møguligu effekt. Alt frá átøkum úti á marknaðunum til tey evni, sum fjøl miðlar skriva um, til heima síðu, sosialar miðlar, tiltøk, framløgur eins og sølutilfar, sum seljarar í vinnuni hava við, tá ið tey møta kundum o.s.fr.

Meira útgreinað kunning fast um strategi ina við at venda sær til Visit Faroe Islands.

B2CÁtøk

B2B Tiltøk

MessurVerkstovur

B2C Tiltøk

Messur

B2B Faldarar

TíðindabrøvSølutilfar

KunningarferðirHeimasíða

MEDIAFjølmiðlatúrarTíðindaskrivTíðindabrøvHeimasíða

B2CFaldarar

Sosialir miðlarHeimasíða

Marknaðarátøk

A

B

C

Page 12: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

12 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Visit Faroe IslandsVisit Faroe Islands (VFI), sum er stovnur undir Vinnumálaráðnum, hevur til endamáls at samskipa og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland til tess at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu.

MISSIÓNVisit Faroe Islands skal arbeiða við trimum S’um: · Savna, Samskipa og Selja Føroyar sum ferðamál.· VFI skal í tøttum samstarvi við vinnu og myndugleikar marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðafólkaland mótvegis úrvaldum marknaðum og málbólkum.

· VFI skal vera eitt dynamiskt lokomotiv við kjarnuførleikunum innan marknaðarføring og know-how, sum skal savna og samskipa alla vinnuna, bæði inneftir í Føroyum og úteftir mótvegis marknaðunum.

STARVSFÓLKVisit Faroe Islands hevur í dag 5 ársverk.

Visit Faroe Islands

Munnligt og grafiskt er Ferðaráð Føroya longu byrjað at kallað seg við tí nýggja navninum, Visit Faroe Islands, hóast tað formelt ikki kemur uppá pláss fyrrenn í 2014.

FØRLEIKAR OG FUNKTIÓNIR á Visit Faroe Islands

Stjóri

MarknaðarføringVinna

MarknaðarføringPrivat & PR

MarknaðarføringDigitalt

SkrivstovaBókhald

Page 13: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 13

JÁTTANJáttanin hjá Visit Faroe Islands í 2013 á14 mió. kr. varð nýtt soleiðis:· 10,1 mió. kr. til altjóða marknaðarføring· 3,9 mió. kr. til umsiting/rakstur/lønir/intern tiltøk í Føroyum

Hetta merkir at heili 73% av játtanini hjá VFI fór beinleiðis í ta altjóða marknaðarføringina og er hetta meira enn tað uppsetta málið uppá 2/3 av játtanini.

Harafturat umsat VFI tær 2,7 mió. kr. sum eru lógarsettar til stuðulsjáttanir:· 1,5 mió. kr. til stuðul til Økisfeløg/Kunningarstovur

· 0,5 mió. kr til NATA samstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar

· 0,7 mió. kr. til krónu fyri krónu stuðulsjáttanina

MÁL HJÁ VISIT FAROE ISLANDS FYRI 2013 Liðugtgera ta nýggju strategiina - avgreitt Arbeiða fyri eini størri játtan - avgreitt Menna eitt brand fyri Føroyar sum

ferða fólkaland - avgreitt Tillaga starvsfólkahópin - avgreitt Finna nýggj høli - avgreitt Fáa nýggjan samleika/navn sum innan-

lands og uttanlands - avgreitt Fyriskipa ferðavinnudag fyri allari vinnuni í

2013 - avgreitt Byrja uppbyggingina av vinnuferðavinnu

- avgreitt Fáa tættari samstørv í lag úteftir við

møgu ligar ”forlongdar armar” - avgreitt Lansera nýggja brandið úti á marknað-

inum - avgreitt Justera bygnaðin hjá VFI - í gerð Amboðskassa til føroyingar, fyri at fáa fleiri

“vanligar” føroyingar at hjálpa til við arbeið inum - í gerð

Ambassadørnetverk fyri at fáa fleiri ráð stevnur til Føroya - í gerð

Alt hetta hevur størra játtanin gjørt møguligt í 2013:· Intro á norska marknaðin· Intro á íslendska marknaðin· Intro á svenska marknaðin· Breið átøk við Smyril Line í DK· Átøk til áhugabólkar við Smyril Line í Týsklandi

· Intro á italska og spanska marknaðin við Atlantic Airways

· Nógv meira altjóða PR· Meira digitala marknaðarføring· Fleiri átøk innan áhugabólkar: mat, mc, fisking vm.

· Menning av heimasíðuni· Skapa eitt nýtt brand· Nýggj hagtøl = nýggja kumpass

NÝGGJ JÁTTAN = NÝGGIR MØGULEIKAR

Page 14: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

14 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Nýtt ferðavinnubrand

Page 15: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 15

Hetta er ein av týdningarmiklastu lyklunum til fram-gongd. Eitt felags brand, sum øll marknaðar føring av Føroyum sum ferða fólka land skal taka útgangs-støði í. Føroyar skulu flytast úr bólkinum av londum, sum ikki hava nakran greiðan profil, til at standa sum eitt unikt og spennandi ferðamál í tilvitskuni hjá málbólkinum. Eitt land, fólk vilja vitja, ongantíð ov skjótt.

Samanlagt 10 samtøk úr Føroyum, Íslandi, Noregi, Danmark, Svøríki, Englandi og USA góvu hvør sítt boð uppá hvussu Føroyar skuldi brandast sum ferða fólkaland. Avgerðin varð tikin áðrenn summar-frítíðina – og valið fall á konseptið hjá føroysku Sansum og donsku Liquidminds.

14. august 2013 varð nýggja ferðavinnu brandið avdúkað á stórum tiltaki í Norður landa húsinum, har eisini fyrsti brandingsfilm urin varð frumsýndur. Ikki kann sigast annað, enn at nýggja brandið varð sera væl móttikið.

Konseptið er sterkt og afturmeldingarnar eru, at nýggja ferðavinnubrandið ber fram rætta boðskapin til móttakaran og harvið effektiviserar marknaðarføringina av Føroyum.

Nýtt ferðavinnubrandSeinast í 2012 byrjaði Visit Faroe Islands eina stóra bureau kapping

um at gera nýtt ferða vinnubrand til Føroyar. Endamálið var at sameina ferðavinnuna í ein felags boðskap, soleiðis at Føroyar sum

ferðafólkaland kunnu standa sterkari og blíva meira sjónligar.

Búmerkið er listarligt, abstrakt og opið fyri

tulkingum. Tann mest eyðsýnda tilvísingin er

veðrurin, men eisini alda, gogguskel, stevn

á víkingaskipum, ull og føroyski dansurin

hava givið íblástur til skapið á búmerkinum.

Page 16: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

16 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

visitfaroeislands.com

business

uninterruptedeverything seems simpler at a distance, like your new strategy.

Við orðunum “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable” og við einum “un” frammanfyri í lyklaorðum í lýsingartekstum, verður markerað, at Føroyar er nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr. Harvið skilur ferðamálið Føroyar seg frá teimum “størri og betri”. Føroyar eru unikkar í sjálvum sær og øðrvísi enn øll onnur.

Nýggja brandið er lætt at brúka í øllum miðlum, kann brúkast á øllum viðkomandi málum og kann selja Føroyar allar árstíðir.

Tað er ein sannroynd, at tað eru fleiri ferða fólk sum árliga vitja Galapagos oyggjarnar, enn tað eru ferðafólk, sum vitja Føroyar. At Føroyar eru órørdar og óuppdagaðar, er nakað av tí, sum er mest áhugavert, tá umræður ferða mál. Tað talar til nútíðar ferðafólkið, sum vil ganga egnar leiðir, heldur enn at fylgja fóta sporum, sum onnur longu hava traðkað.

Fra 2.795,-inkl. 2 nætter på 4 stjernet hotel

Kun 2 timer fra DanmarkFlyv til Færøerne

Uspoleretskønhed

Mere info og bestil din rejse på www.atlantic.fo

Page 17: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 17

BRÚK AV BRANDINUMTað er Visit Faroe Islands, sum er eigari av brandinum, meðan øll í vinnuni verða boðin at verða brúkarar. Brandið skal geva teimum ymisku veitarunum eitt meirvirði og sam stundis rúma teirra egna samleika og ítøkiliga søluboðskapi.

Harafturat koma vit at eggja øllum føroying um at brúka brandið í teirra netverkum, óansæð um tey eru úti á fundum, sum skiftis næmingar, í teirra digitalu kanalum, osfr.

Ein brandbók er gjørd til endamálið við nágreiniligari frágreiðing um, hvussu brandið kann nýtast.

Brandbókin kann takast niður á visitfaroeislands.com

Die Reederei Smyril Line bringt Sie in dieses Wanderparadies und VisitFaroeIslands, das färingische Fremdenverkehrsamt zeigt Ihnen die schönsten Plätze und Routen!

Der Ort ist

unentdecktEntdecken Sie die Inseln, entdecken Sie sich selbst

www.smyrilline.com

visitfaroeislands.com

unfiltereddrinking water

here the best drinks are on the house

Page 18: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

18 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Johan Dahl og Guðrið Højgaard til avdúkingina av nýggja brandinum

Nýtt ferðavinnubrand

Avdúking av nýggja ferðavinnubrandinumí Norðurlandahúsinum 14. august 2013

Page 19: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 19

Guðrið Højgaard og Súsanna Sørensen taka ímóti heiðrinum sum Ársins Marknaðarátak 2013

Johannes Jensen, Rúni V. Poulsen og Magni Arge

Vinnari av Ársins Marknaðarátaki 2013

Page 20: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

20 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu fyri yvir 20 mió. kr.

Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu

Page 21: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 21

Visit Faroe Islands hevur gjørt upp virðið av greinum og sendingum, sum standast av teimum fjølmiðlavitjanum, sum VFI hevur samskipað. Ongantíð áður hevur VFI tikið ímóti so nógvum útlendskum fjølmiðlum sum í 2013, tá VFI stóð aftan fyri greinar um Føroyar í umleið 130 bløðum og tíðarritum, sum beinleiðis úrslit av fjølmiðlavitjanum og samstarvi við miðlar uttanlands.

Heili 100 altjóða fjølmiðlar vitjaðu VFI í 2013 samanborið við umleið 50 vitjanir í 2012 .

Bløðini og tíðarritini eru úr londum sum Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Bretland, Týsklandi, Italia, Spania, Hollandi, Belgia, USA og Russlandi.

Harafturat kemur eitt stórt tal av fjølmiðlagreinum og bloggum sum bert eru vístar á netinum. Ùrslitið av hesum hevur eisini milliónavirði, men eru ikki taldar við í úrslitið, av tí at tað enn er so ymiskt millum lond hvussu digitalu úrslitini verða mett.

Page 22: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

22 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Visit Faroe Islands skapar fjølmiðlaumrøðu

Samlaða virðið á greinum um Føroyar í útlendskum miðlum í 2013 svaraði til 19 mió. krónur. Harumframt hava sjónvarps- og útvarpslið úr Danmark, Íslandi, Skotlandi, Englandi, Eysturríki, Spania, Latvia og Týsk landi gjørt sendingar um Føroyar, har tey flestu hava verið í Føroyum og tikið upp. Metta virðið á hesum sendingum er 1,2 mió. krónur. Hetta gevur samlað 20,2 mió. kr. í PR-virði. Harafturat kemur eitt milliónavirði frá greinum sum eru vístar á heimasíðum hjá

altjóða fjølmiðlum eins og á bloggum. Hetta seinasta er ikki talt við í úrslitið, av tí at tað enn er so ymiskt millum lond hvussu digitalu úrslitini verða mett.

Endamálið við fjølmiðlavitjanum er at fáa fleiri fólk at fáa eyguni upp fyri Føroyum sum ferða máli. Ein av stóru avbjóðing unum í arbeiðinum at selja Føroyar sum ferðamál er, at Føroyar eru ókendar. Greinar í bløðum og tíðarritum, sendingar í sjónvarpi og útvarpi

og umrøða á blogg um er ein sera góður háttur at kunna um Føroyar. Samstundis eru miðlavitjanir ein sera bíligur háttur at fáa umrøðu, og greinar hjá miðlafólkum hava stórt trú virði hjá lesarunum.

Umframt at gera eitt miðvíst arbeiði at fáa miðlar áhugaðar í at vitja í Føroyum, fær VFI eina røð av fyrispurningum frá útlendskum miðlafólkum um at sleppa at vitja og skriva um Føroyar. Fyri at tryggja, at vitjanirnar geva

Page 23: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 23

ynskta úrslitið, er ein treyt fyri vitjan, at fjøl miðlafólkið hevur eina avtalu við ein blað stjóra um, at tey vilja prenta grein um Føroyar.

Sum útgangsstøði verða flestu tíðinda fólk boðin úr grannalondunum og frá teimum marknaðum, har arbeitt verður við at marknaðarføra Føroyar sum ferða mál, so sum Italia og Spania, nú bein leiðis loftvegis samband er hagar. Har umframt verður skipað fyri vitjanum frá øðrum marknaðum,

sum kunnu vera áhugaverdir, t.d. USA. Men eisini miðlar, sum leggja seg eftir ymiskum áhuga bólkum, alt frá tónleiki til sniðgeving, fisking, kaving, surfing, renning, gongu túrum og gourmetferðavinnu, verða boðin henda-vegin.

Tá PR-virðið fyri ferðavinnugreinar verður mett, er tað mest vanliga at brúka lutføllini 1:1, 1:2 ella 1:3. Orsøkin til, at lutføllini 1:2 og 1:3 verða brúkt, er, at trúvirðið í eini grein verður mett at vera størri enn í eini lýsing, og tí verður mett, at virðið tí eisini er størri – serliga tá hugsað verður um tað virðið, sum lesarin leggur í grein kontra lýsing. VFI hevur tó bert valt at nýtt lutfallið 1:1. Tað merkir, at ein bert telur virðið av tí greinin hevði kostað at keypt, í tilsvarandi lýsingar stødd, og at tað ikki verður lagt eyka virði á trúvirðið, sum greinin hevur framum eina lýsing.

Fyri at tryggja sær, at røttu miðlar og tíðinda -fólk verða boðin til Føroya, hevur VFI avtalu við PR-skrivstovur í Bretlandi og Týsklandi um hesa uppgávuna. Í báðum førum er talan um PR-skriv stovur, sum hava hollan kunn -leika um miðlar, tíðindafólk og bloggarar og teirra fokusøki og styrkir, og hetta kann ikki undir metast, tá røttu fjølmiðlavitjanirnar skulu fyriskipast.

Fjølmiðlavitjanir verða fyriskipaðar í tøttum samstarvi við vinnuna í Føroyum, t.d.

flutnings feløg, gistingarhús, matstov ur, bilaleigu og útferðir. Á tann hátt eru øll við til at fíggja vitjanirnar og at tryggja, at Føroyar kann taka ímóti so stórum tali av útlendskum miðlum sum møguligt. Hetta er sera týdningar mikið fyri marknaðar føringina av Føroyum sum ferðamáli.

Víst verður til heimasíðuna hjá VFI: www.visitfaroeislands.com/vinna, har tað er eitt dagført yvirlit yvir greinar í útlendsk um miðlum.

FAROE ISLANDS PODCASTAmerikumaðurin, Matthew Workman, hevur seinastu árini gjørt Faroe Islands Podcast. Eina ferð um árið, ferðast hann til Føroya at savna tilfar til podcast sendingarnar, ið verða sendar gjøgnum alt árið.

Í 2013 hevði Faroe Islands Podcast 37.656 downloads. Tað eru serliga ensktalandi londini, sum taka niður Faroe Islands Pod cast. Í 2013 var lutfallið: USA 38%, Stóra Bretland 25%, Føroyar 8%, Danmark 6%, Týskland 3%, Japan 2 %, Australia, Kanada og Kina 1% og írestandi 15% koma úr 115 øðrum londum.

Sum við øðrum fjølmiðlavitjanum, stóð VFI fyri einum parti av ferðakostnaðinum hjá Matthew, tá hann var í Føroyum summarið 2013 fyri at fáa tilfar til nýggjar sendingar.

Hetta eru nakrir av teimum umleið 100 miðlum sum vitjaðu Føroyar í 2013 gjøgnum VFI

Page 24: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

24 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Yvirlit yvir marknaðar-føringsvirksemi í 2013

Marknaðarføringsvirksemi 2013

Page 25: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 25

Page 26: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

26 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

10 DAGESKOMFORTABELMIDSOMMERREJSETIL FÆRØERNERejs den 22. juni og oplev midsommeren på Færøerne. Overnat 7 nætter på komfort-hotel. Tag bilen med og kør selv.

Bestil inden 15. majTilbudsprispr. person* 5.990* 3 dages krydstogt t/r over Nord-atlanten med MS Norröna. 2 pers. indv. Kahyt, bilen med, 7 nætter på komforthotel. Morgenmad på hele rejsen. Tilbuddet gælder, ved bestilling senest 15. maj, når2 voksne rejser sammen.

Bestil på [email protected] 96 558 500 eller læs mere

på www.smyrilline.dk ogwww.facebook.com/smyrilline.dk

SPAR20% Átak á Norðurbryggjuni

Marknaðarføringsvirksemi 2013

LÝSINGARÁTAK SAMAN VIÐ SMYRIL LINE Í DANMARKVárið 2013

Visit Faroe Islands og Smyril Line skipaðu fyri umfatandi lýsingarherferð í Danmark tíðliga í 2013. Herferðin fevndi bæði um lýsingar í sjónvarpi, bløðum og á heima síðum og enda -málið var at skapa sølu til summarið 2013.

Sjónvarpslýsingarnar vóru vístar á TV2, meðan blaðlýsingar m.a. vóru í danska blaðnum Samvirke og bløðum hjá Jyllands-posten. Online vóru lýsingar á fleiri heima-síðum, m.a. Samvirke og á heima síðum, sum venda sær til fólk, sum leita eftir ferðum. Serliga síðan hjá Samvirke gav góð úrslit. Hetta var áðrenn brandið hjá VFI var klárt, og var tað tí brandið hjá Smyril Line sum stóð sum høvuðsavsendari.

DESTINATIONS, THE HOLIDAY AND TRAVEL SHOW, Í LONDON31. jan. ­ 3. februar

Á stóru ferðavinnumessuni Destinations, sum var í London, vóru VFI og Atlantic Airways umboðað gjøgnum Sunvil Travel, sum er enskur agentur, ið selur Føroyar í Stóra Bretlandi. Møguleiki var at vinna ferð til Føroya á básinum, har gott 700 faldarar úr Føroyum vóru deildir út. 37.000 fólk vitjaðu messuna.

Page 27: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 27

ÁTAK Á NORÐURBRYGGJUNI Í KEYPMANNAHAVN 5. februar

5. februar skipaði Visit Faroe Islands saman við Atlantic Airways, Smyril Line, Greengate, 62N og Hotel Føroyar fyri átaki fyri donskum og svenskum ferða smiðum og sølufólkum á Norðurbryggj uni í Keypmannahavn. Enda-málið var at tryggja, at tey, sum longu selja Føroyar, hava dagførda vitan um Føroyar sum ferðamál, umframt at fáa fatur á fleiri ferðasmiðum, sum ynskja at selja Føroyar.

Lisbeth Nebelong, sum er uppvaksin í Føroyum, og m.a. hevur skrivað Turen går til Færøerne fyri Politiken, hevði áhugaverda framløgu um, hvussu hon sá Føroyar sum ferðamál. Gutti Winther stóð fyri matinum og gjørdi leskiligar bitar við fiski frá Norðfra. Borðreitt var við øl frá Okkara og Føroya Bjór og snapsi frá Dism. Jens L Thomsen hevði eina framúr og inniliga framførslu.

Seinni parturin av tiltakinum var skipaður sum verkstova, har veitarar og gestir eisini fingu ítøkiligar samrøður. Eini 50 danir vóru til tiltakið.

Tiltakið fekk tíanverri ein bráðan enda, tá eldávaringin á Norðurbryggjuni fór frá og fólk vóru biðin um at fara úr húsinum. Hóast hetta, var tað eitt gott og væl fyriskipað tiltak, og fleiri av hesum fólk un um valdu at koma á Visit Faroe Islands 2013 átakið seinni í árinum. Eisini ferðasmiðir, sum ikki seldu Føroyar áðrenn.

Upprunaliga var ætlanin at skipa fyri einum líknandi tiltaki í Árhus, men tað vísti seg at verða trupult at savna nokk av keyparum úr Jyllandi. Í staðin vóru tey, ið høvdu meldað til, boðin við til Keypmannahavnar. Eini 5-6 fyritøkur tóku av hesum tilboðnum.

MIDATLANTIC Í REYKJAVÍK 7. ­ 10. februar

Føroyar hava í fleiri ár tikið lut á Mid Atlantic, sum er átak hjá Icelandair fyri ferðasmiðum og sølufólkum úr USA og Kanada. Enda-málið við luttøkuni er at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál fyri amerikanskum ferðasmiðum, sum selja Ísland, og sum kundu verið áhugaðir í at selja Føroyar, sum eitt eyka ferðamál til sínar kundar.

Leisturin fyri átakinum varð broyttur í 2013. Møguleikin fyri at hava framløgu um Føroyar, sum undanfarin ár hevur drigið sera nógv fólk til føroyska økið, var ikki longur til staðar. Hetta merkir, at Føroyar ikki á sama hátt vóru sjónligar á MidAtlantic, men hóast tað, høvdu føroysku fyritøkurnar fitt av vitjanum. Umboð fyri Føroyar vóru Greengate, 62N, Atlantic Airways, Hotel Hafnia, HK bussar og VisitTórshavn.

LÝSINGARÁTAK SAMAN VIÐ SMYRIL LINE Í TÝSKLANDIVárið 2013

Saman við Smyril Line í Týsklandi var Visit Faroe Islands við til at fíggja lýsingar herferð í útvaldum miðlum í Týsklandi. Endamálið við lýsingunum var at gera vart við Føroyar sum

ferðamál fyri fólkum í Norðurtýsklandi og fólkum, sum metast hava áhugamál sum passa til Føroyar sum ferðamál. Lýsingarnar vóru í útvarpi umframt í serbløðum, sum venda sær til fólk við áhuga fyri fisking, motor súklum og annars bløðum, ið venda sær til fólk við áhuga fyri náttúruupplivingum. Útvarpslýsingarnar vóru í útvarpsrás í Norður-týsklandi. Eisini her var tað brandið hjá Smyril Line sum stóð sum høvuðs avsend ari, av tí at brandið hjá VFI ikki var liðugt.

SØLUFRAMTAK Í BARCELONA 19. februar

Í samband við beinleiðis flogrutuna hjá Atlantic Airways til Barcelona, varð avgerð tikin um at skipa fyri verkstovu í Barcelona fyri at kunna um Føroyar sum ferðamál og nýggja møguleikan at ferðast til Føroyar. Atlantic Airways, 62N og Greengate vóru við til tiltakið saman við Visit Faroe Islands. Verk stovan varð fyriskipað í samstarvi við VisitDenmark í Spania, sum m.a. stóð fyri innbjóðingum av ferðasmiðum, sølufólkum, fjølmiðlum og bloggarum.

Undirtøkan var stór, eini 50 fólk møttu upp og tað var sera stórur áhugi millum tey at selja Føroyar og fáa meira kunning um Føroyar sum ferðamál.

Umframt verkstovu, varð eisini vitjað hjá ferðasmiðum í Barcelona. Eisini har var stórur áhugi, sum førdi til ítøkiligar fyri spurningar beint eftir vitjanina, umframt at ferðasmiðir seinni valdu at vitja í Føroyum fyri at kunna seg nærri um Føroyar sum ferðamál.

Page 28: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

28 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Marknaðarføringsvirksemi 2013

Ferie for alle í Herning

Søluframtak í Barcelona 19. februar

Serblað borið út við Politiken og Jyllands posten

Page 29: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 29

Gunnvá Olsen úr Føroyum, sum býr í Barcelona og tosar spanskt, hevði framløgu við myndum úr Føroyum. Johan Joensen kokkur frá Áarstovu borðreiddi við føroyskum brellbitum, so sum fiski og røstum kjøti.

Afturvið fingu fólkini høvi at royna føroyskt øl og føroyskan snaps. Lív Næs og Tróndur Enni kryddaðu kvøldið við teirra vakra sangi.

Eftir tiltakið var Gunnvá Olsen eisini í sponsku útvarpsrásini Radio Intereconomía/COPE.E í eini sending, sum kallast ‘Viajar es un placer’ og tosaði um Føroyar. Útvarpsrásin hevur 1.7 mió. lurtarar, men tað hevur tíverri ikki verið gjørligt at fingið upplýst tal um júst hesa sendingina. Harumframt vóru fleiri ferða-smiðir, sum nevndu møgu leikan at bjóða Gunnvu við til kunda kvøld hjá teimum, har hon kundi kunna um Føroyar sum nýggja ferðamálið í norði.

Nakað av sponskum ferðafólkum ferðaðust til Føroyar í 2013. Ongin ivi er um, at Føroyar eru eitt áhugavert ferðamál fyri spaniólar, so arbeiðið við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál í Spania heldur fram saman við vinnuni.

SØLUFRAMTAK Í MILANO21. februar

Eftir Barcelona helt leiðin fram til Milano. Endamálið við túrinum var tað sama sum í Barcelona: at kunna um nýggja beinleiðis flogsambandið millum Føroyar og Milano. Visit Faroe Islands hevur í fleiri ár samstarvað við VisitDenmark í Italia um at marknað arføra

Føroyar sum ferðamál, men hesaferð var tað serliga nýggja flog sambandið, sum var áhugavert fyri luttakararnar. Eini 30 ferða-smiðir høvdu leitað sær til verkstovuna. Fleiri av teimum vóru fólk, sum VFI kennir, og sum hava selt Føroyar í fleiri ár – tey meta, at tað nú verður munandi lættari at selja Føroyar.

VFI hevði heitt á ein miðlamann og ein foto -graf, sum høvdu verið í Føroyum á miðla-vitjan í 2012, um at greiða frá teirra ferð til Føroyar. Tað var sera áhugavert at uppliva, hvussu Føroyar høvdu hugtikið teir.

Johan Joensen frá Áarstovu borðreiddi við lekrum bitum úr Føroyum og Lív Næs og Tróndur Enni hugtóku við teirra sangi.

Átakið førdi til fleiri umrøður í vinnu miðlum dagarnar eftir tiltakið, har ser liga dentur var lagdur á nýggja, beinleiðis sambandið millum Milano og Føroyar.

FERIE FOR ALLE Í HERNING 21. ­ 23. februar

Ein onnur messa, sum hevur víst seg at geva góð úrslit, er Ferie for alle, sum verður hildin í Herning. Messan hevur seinastu árini ført til ítøkiliga sølu longu á staðnum.

Úrslitini av messuni í 2013 vóru aftur góð. Nógv fólk vitjaðu básin, fleiri ferðir vórðu seldar, og nógvir fyrispurningar um ítøkiligar ferðir komu eisini heim við.

Føroyski felagsbásurin var umboðaður við Atlantic Airways, 62N, Greengate og VFI.

Messan hevði 63.830 vitjandi í 2013. Um 1.000 faldarar úr Føroyum vóru deildir út frá føroyska básinum.

SERBLAÐ UM FØROYAR VIÐ POLITIKEN OG JYLLANDSPOSTEN3. mars

Sunnudagin 3. mars varð serblað um Føroyar borið út við Politiken og Jyllands posten í Danmark. Endamálið við blaðnum var at vísa dønum eina øðrvísi mynd av Føroyum.

Miðlakanningar hava víst, at profilurin hjá lesarunum hjá Politiken og Jyllandsposten samsvara serstakliga væl við málbólkin hjá Føroyum sum ferðamáli, og tí eru hesir báðir miðlar rættir til júst hetta serblað. Politiken kemur út í umleið 114.000 eintøkum og Jyllandsposten í 112.000 eintøkum í teirra sunnudagsútgávum. Sambært tølum hjá Politiken hevur blaðið 423.000 lesarar sunnudagar og Jyllandsposten hevur 365.000 lesarar sunnudagar. Við hesum náddi átakið útvið 800.000 lesarum íalt.

Blaðið kom eisini út sum app, har 4600 fólk lósu elektronisku útgávuna av blaðnum í 2013 umframt tey sum halda Politiken og Jyllandsposten.

Blaðið, sum var 20 síður til støddar, vísti eina breiða mynd av Føroyum, við greinum, sum fevndu um so ymisk øki sum tónleik, mat, bókmentir, húsasnið, umframt greinar um uppløgd ferðamál runt um landið.

Page 30: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

30 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Fjølmiðlatúrur í Stóru Dímun

Marknaðarføringsvirksemi 2013

Ítøkilig úrslit sóust beinanvegin eftir útgáv-una. Talið av vitjandi á heimasíðuni www.visitfaroeislands.com var tjúgu ferðir hægri enn vanligt, tann dagin blaðið kom út. Saman- lagt fyri alla vikuna var talið seks ferðir hægri enn eina vanliga viku. Fleiri av sam starvs -feløgunum, sum høvdu lýsingar í blað num, fingu óvanliga nógvar fyri spurning ar eftir at blaðið kom út, og seldu eisini nógv sum úrslit av fyri spurningunum.

Í blaðnum var kapping um at vinna ferðir til Føroya fyri tvey, eina við Smyril Line og eina við Atlantic Airways. Heili 9.315 fólk tóku lut í kappingini.

ITB Í BERLIN6. ­ 10. mars

Heimsins størsta ferðavinnumessa við yvir 170.000 vitjandi, harav 110.000 vinnu-vitjandi, er ITB í Berlin. VFI varð umboðað á bási hjá Smyril Line, sum hevur tikið lut á messuni í fleiri ár, tí messan er eitt gott høvi at skapa áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli.

Messan er deild upp í tveir dagar fyri vinnuna og tveir dagar fyri almenningin. Millum 500 og 600 tourist guide’ir og image faldarar vórðu deildir út á messuni.

Umboðið hjá Smyril Line luttók eisini fyri VFI á fjølmiðlatiltaki, sum Ehrenberg Kommunikation, PR-bureau’ið hjá VFI skipaði fyri. Samstarvið við Ehrenberg er nýtt og tí var hetta fyrstu ferð, at Føroyar vóru umboðaðar á fjølmiðla-tiltaki í sam bandi við ITB. Tiltakið gav okkum samband við fleiri týskar miðlar, sum eru áhugaðir at koma á fjølmiðlavitjan í Føroyum í framtíðini.

Page 31: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 31

Serblað í Fréttablaðnum

SERBLAÐ UM FØROYAR VIÐ FRÉTTABLAÐNUM16. mars

Eftir góðu royndirnar við at geva út serblað í Danmark, varð avgjørt at geva eitt blað um Føroyar út í Íslandi. Enda málið við blaðnum var í stóran mun tað sama sum í Danmark: at geva íslending um eina meira breiða vitan um Føroyar sum spennandi ferðamál. Blaðið var borið út við Fréttablaðnum, ið er ókeypis blað, sum verður borið út til hvørt húsar hald í Reykjavík og økinum uttanfyri Reykjavík og í Akureyri. Fréttablaðið kemur út í 90.000 eintøkum og er mett at verða tað blaðið, sum røkkur flest fólkum í Íslandi.

Afturmeldingarnar uppá blaðið vóru góðar, og eins og í Danmark gav blaðið ítøkilig úrslit við

meirsølu. Í blaðnum var kapping um at vinna ferðir til Føroya fyri tvey, eina við Smyril Line og eina við Atlantic Airways. Útvið 2.500 fólk tóku lut í kappingini. Heimasíðan visitfaroeislands.com hevði heilar 2.272 íslendskar vitjanir hesa vikuna, saman borið við 50-100 íslendskar vitjanir eina vanliga viku.

VERKSTOVA Í LONDON21. mars

VisitDenmark í London skipaði fyri verk stovu, har umboð fyri ferðaráð, flutnings feløg, gistingar-hús og ymsar veitarar av uppliving um hava høvið at hitta enskar ferðasmiðir og miðlar. VFI og Atlantic Airways tóku lut á verkstov-uni, sum vísti seg at verða áhugaverd fyri Føroyar.

Samband varð knýtt við fleiri nýggjar ferða-smiðir, m.a. InnTravel, sum seinni tóku lut á Visit Faroe Islands átakinum í mei, og sum longu eru byrjað at selja Føroyar. Somuleiðis er tiltakið eitt gott høvi at hitta teir ferða-smiðir, sum longu selja Føroyar.

17 ferðasmiðir og 2 miðlar luttóku á tiltak-inum. Hóast talið ikki var so stórt, var góðskan á kundunum góð, eisini tá atlit verður tikið til tann lága prísin, og er tað tí áhugavert at luttaka aftur í 2014.

ÁTAK Í NORÐURLANDAHÚSINUM Í REYKJAVÍK6. apríl

Sum framhald av serblaðnum, sum var borið út við Fréttablaðnum, var skipað fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum í Reykjavik. Bjóðað varð inn í bæði Fréttablaðnum og í útvarps-lýsingum til føroyskan seinnapart, har umboð fyri Smyril Line og Atlantic Airways tóku ímóti. Leif Sørensen matgjørdi við rávørum frá Norðfra og Okkara øl. Í Norðurlandahúsinum var sýning við myndum og video úr Føroyum gjøgnum dagin og Brandur og Tróndur Enni sungu.

Afturmeldingarnar frá tiltakinum vóru sera góðar. Eini 500-600 fólk leitaðu sær í Norður -landahúsið, og øll vístu sera stóran áhuga fyri Føroyum sum ferða máli. Fleiri bókingar vóru gjørdar á stað num og nógv høvdu ítøkiligar fyri spurningar, sum skuldi svarast eftir tiltakið. Maturin var rivin vekk og fólk tóku sera væl ímóti framførslunum hjá Brandi og Trónda. 220 íslendarar vitjaðu heima síðuna visitfaroe-islands.com hesa vikuna, samanborið við 50 eina vanliga viku.

Page 32: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

32 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Verdens beste øysamfunnAv 111 øysamfunn er Færøyene kåret til verdens beste av magasinet National Geographic Traveler,foran Azorene, Island, Shetland og Lofoten. Ikke uten grunn. Færøyene løftes frem som det mest autentiske og uberørte øyriket. Færøyene består av i alt 18 øyer, hvor 17 av dem fortsatt er bebodde. Et eventyr i det danske kongeriket...

«Øyeblikksvær» og sanseopplevelserOm regnet pisker hva så, i neste sekund er det tåke, så kanskje litt sludd, deretter skinner solen! Menneskene her lar seg ikke affisere av vær og vind. Livet går sin naturlige gang. «Furet vær-bitt» får en helt ny dimensjon. Glimtet i øyet er der uansett. Sansene bades i inntrykk. Det skiftende været forsterker lys og skygge. Knall-fargete hus mot sarte naturtoner, våt mose og sjøluft – frisk luft i ansiktet og varme i hjertet!

Klimaet som gir den beste matenKlimaet på Færøyene preges av Golfstrømmen med milde vintre og kjølige somre. Dette er med på og skape de beste lagringsforholdene for de fantastiske råvarene. «Ræst» er den færøyske metoden for fermentering og tørking av råvarer som godgjør seg lenge i full gjennomtrekk og forvandles til lekkerbiskner. Maten på Færøyene får smaksløkene til å sprette som killinger i fjæra. Men har du hørt om Færøybanken? Her svøm-mer den ettertraktede og store Færøytorsken som kun fiskes i mars måned. Også sjøkrepsen er den største og beste, sies det!

Villsauen gresser rett utenfor hotellvinduet, urter og vekster likeså. Mer kortreist og ærlig mat skal du lete lenge etter! Det gastronomiske miljøet ledes an av kokken Leif Sørensen på den utsøkte restauranten KOKS på Hotell Føroyar, rett overfor Tórshavn.

Kreative krefter i øysamfunnetSkapertrangen er utbredt og står sterkt på øy-ene. Musikklivet blomstrer med for eksempel Eivør Pálsdóttir, som har laget CD med norske Vamp, og Summartónar med konserter over hele øyriket om sommeren. Færøysk design ledes an av Gudrun & Gudrun med moderne uttrykk og sterke røtter.

– Færøyene er vanskelig å finne og umulig å forlate. Sitat ukjent turist.

Få med deg det unikeHelikopter er de lokales «buss» og infrastruk-turen er for øvrig topp med undersjøiske tunel-ler og moderne ferger. Dette gjør det enkelt å komme seg til selv de mest utilgjengelige perler. Fugletitting, fiske, dykking, klatring, båtsafari og ridning er noen av aktivitetene du kan velge i. Lokal guide og færøysk matpakke er et must!

Verdens minste hovedstad, Tórshavn, er kompakt og spennende. Her kan alt nås til fots. Hotellene Hafnia og Torhavn og Streym ligger midt i sent-rum. Her finner du et spennende kulturliv, gode shoppingmuligheter og fine restauranter.

En artig historie er om øya med 9 innbyggere der de fikk fløyet inn et piano – for de ønsket seg bare litt underholdning…

Rått, autentisk, ekte– velkommen til FæRøyene!

18 øyer midt uti havet, noen grønne og frodige, noen steinete og bratte. Som påler midt ute i det frådende havet står de steilt mot naturkreftene.

Menneskenes samspill med naturen gjør deg ydmyk og bergtatt. Sterke inntrykk – røft og uendelig vakkert.

arte

vida

.no

/ FEE

LGO

OD

of N

orw

ay

aDveRtoRial

Tradisjonelle hus og stabbur i Saksún Flott natur og fossefall ved Gásadalur

FOTO

: CLA

ES B

ECH-

POUL

SEN

De beste råvarene rett fra havet

REISE TIL FÆRØYENE:atlanticairways.foBergen – FærøyeneKøbenhavn – Færøyenesmyrilline.foHirtshals – Færøyene

MER INFORMASjON:visitfaroeislands.comvisitdenmark.no

FAKTA· Færøyene betyr saueøyene

eller de fjerne øyer· Beliggenhet: Halvveis mellom Norge og Island, i Golfstrømmen

· 18 øyer på til sammen 1399 km2

· Innbyggere: 49 000 · Hovedstad: Torshavn

FOTO

: ÓLA

vUr F

rEDr

ikSE

N

FOTO

: kim

ErLE

y COO

LE

Samstarv við VisitDenmark í Noreg

SAMSTARV VIÐ VISITDENMARK Í NOREG1. ­ 28. apríl

Visit Faroe Islands tók saman við Smyril Line og Atlantic Airways stig til átak hjá Visit-Denmark í Noreg um at markn aðarføra Føroyar sum ferðamál móti norðmonnum, sum annars vanliga ferðast til Danmarkar. Samstarvið fevndi um tvey ymisk átøk: eitt digitalt serblað í vg.no og lýsingar, sokallaðar adver torials, í vikuskiftisblaðnum hjá Dagens Næringsliv.

Tað var eitt sindur ivasamt, um tað var rætt at arbeiða saman við VisitDenmark á teirra brandingpalli. Avgjørt varð tó at royna tað, tí til deils var tað føroyska brandið ikki klárt, og tí at mett varð, at tey, sum vanliga ferðast til Danmarkar og ofta hava verið har fleiri ferðir, eru opin fyri einum øðrum ferðamáli tætt við Noreg. Samstundis hevur Føroyar tilboð, sum hesi fólkini leita eftir.

Úrslitið av samstarvinum var sera positivt. Av 37 ferðavinnugreinum, sum lógu á vg.no, var mest lisnað greinin “Færøyerne er anner-ledes”. Greinin hevði samanlagt út við 7000

unikkar lesarar, og var hetta meir enn dupult so nógv sum grein nummar tvey. Tilsamans vóru 5 greinar um Føroyar við í átaki num, og tríggjar av hesum vóru á topp 10 yvir mest lisnu greinar, hinar vóru nr. 11 og nr. 17. Evnini á greinunum vóru um Føroyar sum ferðamál yvirhøvur, um Tórshavn, um binding, tónleik og um mat.

Digitala serblaðið hjá VisitDenmark hevði samlað sæð umleið 40.000 lesarar. Av teimum søgdu umleið helvtin, at tey høvdu ætlanir um at ferðast til onnur Norðurlond komandi summar, og 78% søgdu, at tey vilja

Marknaðarføringsvirksemi 2013

Page 33: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 33

lesa greinar í líknandi serbløðum í framtíðini. Flestu lesarar komu úr Oslo økinum, men Rogaland og Hordaland vóru næst á list a num. Rogaland og Hordaland liggja á vestur strondini í Noregi og hóska væl til sam bondini hjá bæði Atlantic Airways úr Stavanger og Bergen og ferjusambond úr Noreg til Hirtshals til rutuna hjá Smyril Line.

Lýsingin í vikuskiftisblaðnum hjá Dagens Næringsliv, D2, fekk eisini sera góða og nógva umrøðu. Lýsingin var yvir tvær síður við flottari mynd úr Mykinesi og teksti um Føroyar sum øðrvísi og autentiskt ferða mál. Næstan samstundis var ferðagrein í sama blað um oyggja samfeløg, har Føroyar og okkara ríka fuglalív vóru nevnd. Arbeiðið við tí greinini var farið fram langt áðrenn, men tað styrkti lýsingina, at grein um Føroyar var prentað sama stað næstan samstundis.

GOURMETTILTAK13. ­ 17. apríl

Felagið Solea skipaði saman við fiska útflyt-arum og ferðavinnuni fyri einum átaki í Føroyum í apríl fyri at kasta ljós á ferðavinnu og føroyskar rávørur.

9 fjølmiðlafólk og 5 kokkar úr Danmark, Svøríki, Finnlandi, Týsklandi, Belgia, Eystur-ríki, USA, Russlandi og Turkalandi vóru við til tiltakið, sum fevndi um fleiri dagar við mat -upp livingum á høgum stigi eins og náttúru- og mentunarupplivingum.

Ein týðandi partur av vitjanini var at at síggja, hvaðani rávørurnar koma, og tí varð vitjað á alibrúkum, hjá hummara fiskarum, o.s.fr. Útlendsku luttakararnir, sum vóru mat-høvundar og kokkar, fingu eina serstaka uppliving í Føroyum. Higartil eru greinar prentaðar í hesum fjølmiðlum: Politiken, finska vinnu blaðnum Forum, Die Welt í Týsklandi, Condé Nast Traveller í Russlandi eins og 3 greinar í Der Standard í Eysturríki.

Sum liður í at menna føroyska gourmet-ferðavinnu, sum er eitt av fleiri nýggjum rákum innan altjóða ferðavinnu, var VFI partur av tiltakinum. Talan er um eina spennandi vinnugrein í stórum vøkstri, har Føroyar í dag eiga sítt natúrliga pláss. Grein-arnar um Føroyar sum matland røkka einum nýggjum og áhugaverdum málbólki.

MATHALLEN, OSLO19. ­ 21. apríl

Visit Faroe Islands, Atlantic Airways og Smyril Line tóku lut á “Smag på Danmark” tiltaki, sum Visit Denmark í Noreg skipaði fyri í Mathallen í Oslo. Málbólk urin fyri tiltak inum vóru vaksin fólk, sum ferðast uttan børn og sum leita eftir góðum upplivingum bæði innan náttúru, mentan og mat. Hóast hetta var eitt tiltak, sum hevði Danmark og upp-living ar í Danmark í fokus, so varð mett, at tað var vert at royna at selja Føroyar til hendan málbólkin, sum í stóran mun longu hevur verið í Danmark fleiri ferðir og tí kundi lokkast til eitt annað spennandi grannaland.

18.300 fólk vitjaðu Mathallen hesar dag-arnar. Av teimum vitjandi, sum tóku lut í eftirmetingini, søgdu út við 90%, at tað var eitt sera væl eydnað tiltak.

Kokkurin Gutti Winther gjørdi mat við rávør um frá m.a. Norðfra. Harumframt var møguleiki at keypa øl frá Føroya Bjór. Enda málið var at geva norðmonn um ein smakk av Føroyum. Tað var stórur áhugi fyri føroyska básinum og fólk vóru sera fegin um brellbitarnar frá Gutta. Eini 400 faldarar frá Visit Faroe Islands vóru deildir út á tiltakinum og eini 100 øl vóru seldar.

Tíanverri vóru trupulleikar við at fáa faldara og øl gjøgnum norska tollin, so okkurt av tí kom ov seint og okkurt kom als ikki fram. Manglandi tilfarið darvaði í ein ávísan mun arbeiðinum at selja Føroyar á tiltakinum.

Beint áðrenn Mathallen skuldi lata upp sunnu dag, vóru fólk biðin um at fara úr bygninginum, tí illgruni var um gassleka í bygninginum. Eftir at hava bíða eina løtu, var avgerð tikin um, at tað ikki var trygt at loyva fólkum inn í Mathallen yvirhøvur sunnudagin. Hetta merkti, at átakið misti ein heilan dag, og tað var sjálvandi sera óheppið fyri útstill ar arnar, tí roknað var við nógvum vitjandi sunnu dagin.

Page 34: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

34 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Gourmetátak í Barcelona

Leif Sørensen og Joan Roca, høvuðskokkur á heimsins bestu matstovu

Marknaðarføringsvirksemi 2013

Page 35: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 35

VFI 20132. ­ 5. mei

Visit Faroe Islands átakið er árligt átak hjá eini samlaðari føroyskari ferðavinnu. Enda málið við tiltakinum er, at bjóða útlendskum ferða -smiðum til Føroya, soleiðis at teir sjálvir kunnu uppliva tað, sum Føroyar hava at bjóða ferða fólk um. Átakið varir í tríggjar dagar og fevnir um fleiri ymisk tiltøk, so sum framløgur, verk stovur, har høvið er at hitta umboð fyri vinnuna, døgurða við mentan ar-ligum upplivingum og útferð.

Atlantic Airways og Visit Faroe Islands skipaðu fyri tiltakinum, sum hevur breiða undirtøku millum føroyska ferðavinnu. Bæði gistingarhús, mat stovur, útferða veitarar og bussfeløg luttaka á tiltakinum og eru sostatt við til at gera tiltakið møguligt.

25 føroyskar fyritøkur tóku lut á Visit Faroe Islands.

Í 2013 varð sjálv verkstovan og døgurð in hildin í Østrøm. Til døgurðan á Østrøm var ein røð av tón leika inn sløgum, sum høvdu til endamál at vísa eina breidd í føroyskum tónleiki. Petra Iversen byrjaði við kingo, seinnu spældu Guðrið Hansdóttir og Kári Sverrison. Allir gestirnir fingu eina gávu heim við, í 2013 var gávan eitt steinprent av Fríðu Brekku, sum var gjørt í Steinprent.

Beint omanfyri 40 útlendskir ferðasmiðir tóku lut. Teir komu úr Danmark, Noregi, Svøríki, Týsklandi, Stóra Bretlandi, Italia, Spania,

Hollandi, Finnlandi, Fraklandi, Ísrael, Sveis, Kekkoslovakia og USA. Útlendsku keypar-arnir fingu viðkomandi vitan um Føroyar sum ferðamál heim við sær og fingu knýtt nýggj sambond við føroyskar veitarar, sum skulu brúkast í framtíðar samstarvinum teirra millum. Eins og undanfarin ár, vóru eftir-meting arnar av átakinum sera góðar.

GOURMETÁTAK Í BARCELONA27. mei

Visit Faroe Islands skipaði saman við Atlantic Airways og Hotel Føroyum fyri átaki í Barcelona við tí endamáli at gera vart við Føroyar sum ferðamál fyri góðum matupp-livingum og góðum rávørum.

Fjølmiðlar og ferðasmiðir vóru boðin til døgurða á matstovuni Moo hjá kokk inum Joan Roca. Bert fáar vikur undan døgurða-num var matstovan El Celler de Can Roca hjá Joan Roca kosin at verða heimsins besta matstova. Hetta var við til at skapa serligan áhuga fyri tiltakinum. 20 fjølmiðlafólk umboð-andi teir mest týdningarmiklu miðlarnar í Spania, herundir serliga Barcelona økið, vóru við til døgurðan. Harumframt tóku 7 umboð fyri ferðaskrivstovur eisini lut.

Leif Sørensen og Joan Roca gjørdu ymiskar rættir við føroyskum rávørum, serliga føroysk-um fiskavørum og Teitur hugtók við eini sera inniligari framførslu. Guðrið Højgaard hevði spanska framløgu um Føroyar.

Døgurðin gav sera stóra umrøðu í Spania, m.a. var innslag í tíðindasending í Barcelona TV, sum hevði samrøður við Joan Roca, Leif Sørensen og Guðrið Højgaard í einum yvir 4 min. longum innslagi. Tíðindasendingin hjá Barcelona TV hevur 105.000 hyggjarar.

Dagin eftir døgurðan var Guðrið Højgaard, við í beinleiðis útvarps sending hjá kendari spanskari útvarps kvinnu, har tosað varð um Føroyar sum ferðamál og um føroyskan mat. Sendingin hevði 500.000 lurtarar.

Maria Canabal, sponsk/fronsk miðla kvinna, sum hevur verið í Føroyum fleiri ferðir eftir hennara fyrstu miðlavitjan í 2012, fyriskipaði átakið.

ÁTAK Í SAMBANDI VIÐ LANDSDYST Í STOCKHOLM11. juni

Ein týðandi partur av strategiini hjá VFI er at gera brúk av tí áhuga og teirri umtalu, sum Føroyar fáa í útheiminum. VFI skal gera vart við Føroyar sum ferða mál, tá høvið býðst, og talan sam stundis er um ein marknaðar- og/ella málbólk, sum ynskt verður at røkka. Dyst irnir hjá føroyska landsliðnum hava síðstu árini givið nógv slík spennandi og uppløgd høvi, m.a. í Italia, Týsklandi og í 2013 eisini í Svøríki.

11. juni spældu Føroyar landsdyst ímóti Svøríki í Stockholm. VFI hevði saman við Atlantic Airways og Smyril Line, bjóðað ferðasmiðum og miðlum til eitt tiltak undan dystinum. 50 luttakarar møttu upp, 45

Page 36: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

36 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Landsdystur í StockholmMagni Arge

Marknaðarføringsvirksemi 2013

Page 37: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 37

ferðasmiðir og 5 fjølmiðla fólk, m.a. Svenska Dagbladet og Afton bladet, sum eru størstu dagbløðini í Svøríki. Undir tøkan var sera góð, tá hugsað verður um, at Føroyar er rættiliga ókent á svenska marknaðinum.

Gutti Winther gjørdi mat úr rávørum frá Norð fra og bjóðaði góðaráð. Okkara og Dism lótu drekkivørur til tiltakið.

Guðrið Højgaard frá VFI innleiddi, og svenski fjølmiðlamaðurin Mattias Kroon hugleiddi um Føroyar sum ferðamál við denti á Føroyar sum matuppliving. Magni Arge hevði eina undirhaldandi røðu og Benjamin Petersen framførdi nøkur av sínum løgum.

Síðan fóru øll til dystin, har gestirnir saman við VFI og samstarvsfeløgum, komu at sita saman við teimum hundrað tals føroysku viðhaldsfólkunum, sum høvdu leitað sær til Stockholm at stuðla landsliðnum. Soleiðis fingu gestirnir møguleikan at uppliva góða stemningin saman við føroysku fjepparun-um.

Tiltakið eydnaðist einastandandi væl og gav veruliga luttakarunum ein smakk av Føroyum sum landi, mentan og ferða máli. VFI og samstarvsfelagar fingu skapt áhuga og eisini sambond við nýggjar ferðasmiðir, sum vistu lítið og einki um Føroyar, og eisini nakrar av teimum størstu fjølmiðlunum í Svøríki. Í august vóru t.d. 6 síður um Føroyar í Svenska Dagbladet sum beinleiðis úrslit av tiltakinum. Eisini var orðið “Färöarna” mest søkta orðið á heimasíðuni hjá Aftonbladet, aftonbladet.

se, ta vikuna. Aftonbladet er mest vitjaði tíðindamiðil í Norðanlondum.

VESTNORDEN TRAVEL MART Í NUUK21. ­ 22. september

Árliga Vestnorden Travel Mart, VNTM, varð í 2013 hildið í Grønlandi. Hetta var fyrstu ferð í nógv ár, at tiltakið var hildið í Grønlandi og nógv varð gjørt burturúr. Høllin Inussivik, mentanarhøllin Katuaq og Hotel Hans Egede vóru karmur um tiltakið. Sum heild var tiltakið sera væl fyriskipað. Nógv hevði verið gjørt fyri at fáa nýggjar altjóða kundar til tiltakið og eydnaðist hetta eisini væl. Umleið 100 keyparar og fjølmiðlar luttóku á tiltakinum.

VNTM var skipað við framløgum og verk-stovum. Guðrið Højgaard frá VFI hevði eina framløgu um Føroyar, sum varð sera væl móttikin og skapti áhuga hjá fleiri nýggjum ferðasmiðum at byrja at selja Føroyar, m.a. frá USA. Hetta var fyrstu ferð, at nýggja brandið var roynt uttanlands og kann ikki sigast annað enn, at hetta eydnaðist sera væl. Brandið bant alla marknaðarføringina av Føroyum saman – líka frá framløguni hjá Guðrið til føroysku básarnar, sum allir høvdu myndir og tekstir frá nýggja brandinum. Føroyar fingu nógvar viðmerkingar og rós fyri hetta.

Afturmeldingin frá vinnuni var, at tað var eitt gott tiltak við nógvum nýggjum sambondum og ítøkiligum fyrispurningum. Sum part av VNTM verður eisini skipað fyri sokallaðum post-túrum, ella kunningarferðum. Seks

møguligir keyparar komu við til Føroyar á kunningarferð, fyri at uppliva Føroyar. Hesir vóru úr USA, Russlandi og Fraklandi og eingin av teimum seldi Føroyar áðrenn vitjanina. Stutt eftir vitjanina komu fyrstu bókingarnar frá hesum ferðasmiðum, m.a. úr Russlandi.

BÓKAMESSUR Í GØTEBORG OG FRANKFURTsept./okt.

FarLit verkætlanin varð sett í verk fyri at gera føroyskar bókmentir sjónligari á altjóða bókamarknaðinum. Tað er eitt samstarv millum Bókadeildina, Nám, Sprotan, Fróð-skap og MSF. FarLit stillaði út á bóka mess uni í Gøteborg 26.-29. september og í Frank furt 9.-13. oktober. VFI valdi at taka lut í hesum samstarvi fyri at nýta høvi at gera vart við Føroyar sum ferðafólkaland í einum høpi, har tað ikki er kapping við onnur ferðavinnu-tilboð, sum tað t.d er á ferðavinnu messum.

VFI hevði ikki egið umboð til messurnar, men var umboðað av verkætlanarleiðar anum fyri FarLit, sum hevur ferðavinnu bakgrund. Messan í Gøteborg hevði uml. 100.000 vitjandi og messan í Frankfurt hevði uml. 300.000 vitjandi.

Básurin var bygdur upp við vøkrum myndum úr Føroyum, og tað fekk nógv vitjandi at steðga á og fáa meira at vita um landið. Luttøkan eydnaðist væl, 960 faldarar vórðu deildir út í Gøteborg og 1060 í Frankfurt.

Page 38: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

38 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Marknaðarføringsvirksemi 2013Vest Norden Travel Mart

Miðlaátak í Østrøm áðrenn fótbóltsdyst

Page 39: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 39

MIÐLAÁTAK Í ØSTRØM ÁÐRENN FÓTBÓLTSDYST10. september

Bakkafrost og Smyril Line fyrireikaðu fjøl miðlatiltak í samband við landsdystin millum Føroyar og Týskland á Tórsvølli 11. september, og bóðu Visit Faroe Islands gerast partur av tiltakinum. Út við 100 fjølmiðlafólk úr Týsklandi skuldu koma til Føroyar í samband við dystin. Vanliga ger Visit Faroe Islands ikki átøk í Føroyum í samband við landsdystir, men tá talið av miðlum var so stórt, varð avgjørt at nýta hetta høvi til eisini at gera vart við Føroyar sum ferðamál.

Tiltakið var í Østrøm og varð skipað í tøttum samstarvi við FSF. Miðlafólkini vóru boðin til ábit á middegi, sum var gjørt úr fiski frá Bakkafrost. Venjarin hjá týska landsliðnum hevði á tíðindafund inum dagin fyri sagt, at tað einasta hann visti um Føroyar var, at hesar oyggjar hava heimsins besta laks. So tað passaði væl, at miðlafólkini fingu høvi at royna laksin. Fleiri framløgur vóru, m.a. tosaði Árni Olsen vegna Bakkafrost, Guðrið Højgaard hevði framløgu um Føroyar sum ferðamál og Lív Næs og Tróndur Enni framførdu eisini fyri fólkunum. Gitte Klein, sum tosar týskt, var vertur fyri dagin.

Eftir mat og framløgur fingu miðlafólkini bjóðað ymsar útferðir, m.a. gongutúr út í Tinganes, túr við Rib 62 og túr við Norð-lýsinum. Tiltakið eydnaðist væl og útvið 60 miðlafólk møttu til tiltakið. Sum so ofta áður,

sást landsdysturin aftur í vitjandi á heima-síðuni hjá Visit Faroe Islands. Vanliga hevur síðan eini 400 vitjandi um dagin. Dagin undan dystin var talið heili 8.000, næstan øll, 93% komu úr Týsklandi. Á sjálvum dystar -degnum var talið av vitjandi á heima síðuni um 1700.

SKANDINAVISK VERKSTOVA Í MILANO8. oktober

VisitDenmark í Milano skipar á hvørjum ári fyri skandinaviskari verkstovu, har umboð fyri ferðaráð, gistingarhús og ymsar veitarar av upplivingum hava høvið at hitta italskar ferðasmiðir og miðlar. VFI, Greengate, 62N og Atlantic Airways tóku lut á verkstovuni, sum verður mett at vera eitt sera gott høvi at hitta ferða smiðir, ið eru áhugaðir í Skandi-navia, og tí eisini kunnu hugsast at vera áhugaðir í Føroyum. Somuleiðis er tiltakið eitt gott høvi at hitta teir ferðasmiðir, sum longu selja Føroyar. Um 60 italskir ferðasmiðir tóku lut á tiltakinum.

Kunnað varð um, at Atlantic Airways fer undir beinleiðis flúgving til Føroya úr Milano um summarið. Tíðindini vóru móttikin við stórum áhuga, og økti tað eisini um áhugan hjá luttakarunum at hoyra nærri um, hvørjar nýggjar møgu leikar hendan enn nýggja ruta kann bjóða. Sum heild merktu føroysku lut takararnir ein øktan áhuga og nýggjar møguleikar á italska marknaðinum.

MICE ÁTAK Á DANSKA MARKNAÐINUM heystið 2013

Í august 2013 fekk Visit Faroe Islands nýggjan marknaðarleiðara fyri MICE økið, sum er altjóða heitið fyri vinnu ferða vinnu. Tað vil siga fundarvirksemi, ráðstevnur o.s. fr. Føroyar hava nógv at bjóða MICE segmentinum, við 5 stjørnað um ráðstevnufasilitetum, 4 stjørnað-um hotellum og útferðum á høgum støði. Fyri at koma skjótt og munagott í gongd við arbeiðið, varð fokus einans sett á danska marknaðin í 2013. Byrjað varð við einum serblaði í danska blaðnum Møde & Event hjá Kursuslex, samstundis sum fólk vórðu eggjaði til at fara inn á teirra heimasíðu at svara spurningum um teirra áhuga fyri Føroyum.

Átakið varð fylgt upp við eini verkstovu á Norðurbryggjuni, har danskir fundarfyri reik-arar vórðu bodnir til eitt hugnaligt tiltak. 68 luttakarar vóru á verkstovuni, har nýggja framløgan um Føroyar varð borin fram av Visit Faroe Islands og teimum seks sam-starvs felagunum: Atlantic Airways, Green-Gate, 62n Incoming, Hotel Føroyar, Hotel Hafnia og Norðurlandahúsið. Krásað varð fyri gestunum við mati eftir Leif Sørensen og sangi við Lív Næs og Tróndi Enni.

Víðari varð fylgt upp á danska MICE-marknaði-num í november 2013, har Visit Faroe Islands vegna sam starvs felagarnar í Føroyum, luttók á Møde mekka og hevði 7 fundir við møguligar kundar.

Page 40: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

40 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Mice átak á danska marknaðinum

Marknaðarføringsvirksemi 2013

Page 41: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 41

Eisini varð kunningartúrur gjørdur við kundar hjá donsku fundar fyri skip aranum VIA Agencia, harímillum Oticon, Rambøll, DSB og Nets. Hesin túrurin eydnaðist framúr væl og skoðs málini hjá kundunum vóru sera høg.

Samlaða átakið á danska marknaðinum í 2013 eydnaðist væl, har føroysku sam starvs-felagirnir hava fingið um 250 leads. Eisini er tað serliga áhugavert, at tøl frá Kursuslex vísa, at Føroyar nú eru nr. 3 á ynskiseðlinum hjá donskum fundarfyrireikarum.

REJSEMESSE FOR KVALITETS REJSER Í ØKSNEHALLEN Í KEYPMANNAHAVN19. ­ 20. oktober

Eins og fleiri undanfarin ár høvdu Greengate, 62N, Atlantic Airways og VFI føroyskan bás á ferðavinnumessuni í Øksnehallen í Keyp-mannahavn. Messan vendir sær til fólk, sum leita eftir serlig um ferðaupplivingum. 15.000 fólk vitjaðu messuna í 2013 og umleið 300 tourist guide’ir vóru deildar út á messuni, umframt tilfarið frá hinum veitarunum á básinum. Eisini var kapping um at vinna ferð til Føroya.

Umframt sjálva framsýningina vóru eisini fyrilestrar partur av messuni, m.a. ein fyrilestur um Føroyar, sum Magni Arge helt fyri 90 fólkum. Harumframt var serligt tiltak, áðrenn messan lat upp, fyri kundum hjá Børsen og Mercedes Benz, har høvi var at hitta umboð á føroyska básinum, sum bjóðaðu øl frá Føroya Bjór. Hetta er eitt gott stað at gera vart við Føroyar, hóast henda messan kanska

ikki førir til líka nógva beinleiðis sølu á sjálvari messuni sum í Herning.

ÁTAK TIL KONSERT HJÁ SYMFONI­ORKESTRINUM Í HARPA, REYKJAVÍK23. oktober

Symfoniorkestrið hevði tvær konsertir í Íslandi, eina í Akureyri og eina í Hørpuni í Reykjavík. Visit Faroe Islands og Atlantic Airways av gjørdu at nýta konsertina í Hørpu sum høvi at gera vart við Føroyar sum ferða -mál. Nýggjárskonsertin hjá symfoniorkestrinum hevur verið víst bein-leiðis í íslendskum sjónvarpi í áravís, so mett varð, at har kundi verið ein ávísur áhugi fyri konsertini og Føroyum annars.

Í samstarvi við Hørpu var avtalað, at Leif Sørensen skuldi borðreiða við brellbitum undan konsertini, og at sjónvarps skerm ur skuldi setast upp, soleiðis at nýggi branding-filmurin hjá VFI kundi vísast undan konsertini og í steðginum.

Stóri konsertsalurin, sum tekur 1500 fólk, var fullsettur og afturmeldingarnar frá konsertini bæði í miðlunum og frá umboðum fyri Atlantic Airways og íslendsku ferðaskriv stovuna vóru sera góðar. Umleið 500 eintøk av tilboðnum til konsert í Føroyum, sum íslendskur ferða -smiður hevði gjørt til tiltakið, eins og kunning frá VFI, vóru deild út eftir konsert ina. Átakið er dømi um markn aðar føring, har farið verður eftir serligum málbólkum, sum eisini er ein týðandi partur av strategi’ini hjá Visit Faroe Islands framyvir.

STOCKHOLM TRAVEL SHOW24. ­ 26. oktober

Hetta er eitt nýtt tiltak, sum varð fyri skipað fyri fyrstu ferð og hildið í Gallerian, ið er størsta sølumiðstøð í Stockholm. Hetta “lønarvikuskiftið” í okto ber vóru umleið 200.000 fólk í miðstøðini. Atlantic Airways og VFI luttóku úr Føroyum saman við 20 øðrum framsýnarum umboðandi ferðaráð, flutningsfeløg og ferðasmiðir. VFI skipaði fyri eini facebook kapping, har vinning urin var eitt vikuskifti til Føroyar við flog og hotelli. Føroyar vóru eisini vertur fyri einum morgun-mati, har 200 vinnufólk og 40 miðlaumboð tóku lut. Greengate var eisini við til morgun-matin.

Føroyar eru rættiliga ókendar fyri svium, men tað vísir seg avgjørt at vera áhugi fyri Føroyum sum ferðamáli. Støða skal takast nærri til, hvussu hesin áhugin skal møtast. Ein møgu-leiki er at taka lut á onkrari messu gjøgnum ferðasmiðir, sum longu selja Føroyar, fyri at halda út reiðslunum niðri, men eisini skal ar beið ast meira “online”, tá sviar eru størri brúkarar av digitalum miðlum enn flest onnur lond.

Page 42: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

42 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

AITO MEET THE PRESS TILTAK Í LONDON19. november

AITO, sum er felagsskapur hjá enskum ferða -smiðum, Association of Independent Tour Operators, skipar á hvørjum ári fyri tiltaki, har enskir fjølmiðlar verða bodnir at hitta umboð fyri ferða vinnuna. AITO loyvir eisini út lendsk-um ferðaráðum at vera limir. VFI metir hetta árliga fjølmiðla átak vera eitt gott høvi at koma í sam band við viðkomandi fjølmiðlafólk, sum eru áhugaði í fjølmiðlavitjanum til Føroya, og er tí vorðið limur í AITO.

Á tiltakinum eru vanliga millum 70 og 100 miðlaumboð frá dagbløðum og magasinum, umframt fríyrkisfólk. Á tiltakinum letur AITO virðislønir fyri ársins grein, ársins bloggu og ársins tíðinda fólk. Tíðindakvinna, sum hevði verið á miðlavitjan í Føroyum, var inn stillað

til ársins bloggu fyri hennara frágreiðing úr Føroyum, men vann tó ikki.

Eins og undanfarin ár fekk VFI ítøkiligar fyri spurningar frá fjølmiðlafólkum, sum ynskja at koma til Føroyar at skriva greinar. Í ár var tó týðiligt, at fjølmiðlafólk í størri mun enn áður, høvdu hoyrt um Føroyar og vóru áhugaði í at finna vinklar til framtíðar greinar. Á tiltakinum vórðu fleiri nýggj sambond skapt, og høvi var at heilsa upp á fólk, sum hava verið í Føroyum, ella sum VFI hevur hitt fyrr.

Umframt hetta tiltakið, hevur AITO eisini tiltak fyri fjølmiðlum um summarið. Umboð fyri sendistovuna í London umboðaði VFI á tiltakinum. Endamálið var aftur her at vísa á møguleikar fyri miðlavitjanum til Føroya.

KUNNNING FYRI FERÐASMIÐIR

Ein týðandi liður í arbeiðinum at marknaðar -føra Føroyar sum ferðamál er at bjóða útlendskum ferðasmiðum á kunningar ferð til Føroya, soleiðis at tey sjálvi kunnu uppliva oyggjarnar og hvat Føroyar hevur at bjóða ferðafólkum, umframt at síggja gistingarhús, matstovur o.a. Hesar ferðir, vanliga kallaðar fam-túrar (familiarization tours), verða skipað ar í samstarvi við flutn ingsfeløg, incoming og gistingar hús.

Í 2013 hevur Visit Faroe Islands havt vitjan av 45 ferðasmiðum og sølufólkum úr seks londum.

19. – 21. apríl var skipað fyri fam-túri við italskum ferðasmiðum saman við danska Arctic Adventure, sum selur Føroyar í Italia. 8 fólk vóru við á túrinum.

Aito Meet The Press tiltak í London.

Marknaðarføringsvirksemi 2013

Page 43: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 43

5. maj – 8. maj vitjan av bretskum ferða-smiði, sum skal byrja at selja Føroyar og hevur brúk fyri meira kunning.

30. maj – 2. juni varð saman við Atlantic Airways skipað fyri fam-túri fyri sponsk um og italskum ferðasmiðum. 3 fólk vóru úr Spania og 4 úr Italia.

10. – 13. juni vitjan av 2 norðmonnum, sum ætla at leiga flogfør til teirra kundar. Teir meta, at teir kunnu senda eini 1700 norðmenn til Føroyar uppá eitt ár.

2. – 5. august vitjan av sponskum ferða-smiði, sum ynskir at senda fleiri spaniólar til Føroya.

18. – 22. august vitjan av japanskum ferðasmiðum í samstarvi við Atlantic Airways og Greengate. Endamálið er at selja Føroyar sum eyka-ferðamál, hjá fólkum, ið fara til Íslands. 8 fólk vóru við á ferðini.

26. august – 2. september vitjan av umboði fyri bretskan ferðasmið. Enda málið við vitjanini var umframt sjálva kunningarferðina at skriva grein til heima síðuna hjá ferðasmiðinum.

2. – 4. september vitjan av donsku deildini hjá fyritøkuni VIA Egencia og fleiri av teirra kundum, sum eru fundar fyrireikarar í stórum donskum fyritøkum. Í alt 10 fólk, m.a. frá Oticon, Rambøll, DSB og Nets. Hetta var liður í arbeið inum hjá VFI við í størri mun eisini selja Føroyar sum ráðstevnuland.

Samstarvið fevndi eisini um PR, har Føroyar fekk 3 redaktionellar síður í teirra blaði Travel Life.

8. – 11. november vitjan av 6 fólkum frá íslendskum ferðasmiði, sum ætlar at økja um søluna av Føroyum í Íslandi.

15. – 18. november vitjan av sponskum ferðasmiði í samstarvi við 62N, sum selur Ísland og ynskir at selja Føroyar eisini.

VISITFAROEISLANDS.COM

Heimasíðan hjá VFI, visitfaroeislands.com, er ein týðandi partur av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamáli, og vendir hon sær beinleiðis til ferðafólk, eins og miðlar, ferða -smiðir og onnur, sum selja Føroyar. Yvirskipaða endamálið við síðuni er, at hon skal innihalda

alt tað, sum útlendsk ferðafólk hava tørv á at vita um Føroyar, umframt at hon skal vera sjónlig á leitimaskinum.

Heimasíðan er á donskum, týskum og enskum og summarið 2013 varð sniðið dagført til nýggja brandið. Vanliga liggur talið av vitjanum á síðuni millum 2.000 og 4.000 hvørja viku. Tey vitjandi koma vanliga úr Danmark, Svøríki, Italia, Týsklandi, Stóra Bretlandi og USA. Tað sæst tó týðiliga, at tjóðskapur og tal av vitjandi skifta, alt eftir í hvønn mun Føroyar eru á breddanum uttanlands; nevnast kunnu fótbóltsdystir, serbløð og onnur marknaðarføringsátøk.

Samlaða talið av vitjandi á visitfaroeislands.com í 2013 endaði á 148.000. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 33% samanborið við árið fyri, tá 112.000 fólk vitjaðu heimasíðuna.

Page 44: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

44 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Marknaðarføringsvirksemi 2013

PINTEREST FACEBOOK

SOSIALIR MIÐLAR

Í 2013 varð av álvara farið undir at arbeiða meira málrættað við sosialum miðlum, eftir at VFI í mei mánað setti ein digitalan marknaðar-førara. Síður vóru stovnaðar á fleiri av teimum størru miðlunum, so sum Facebook, Twitter, Instagram og Pinterest. Eisini verður eitt aktivt arbeiði gjørt við at fáa kunning um Føroyar út á bloggar og aðrar síður – helst við einum øðrvísi vinkli fyri at skapa áhuga. Hetta arbeiðið verður útbygt víðari í 2014. 

Facebook

Hóast fleiri og fleiri sosialir pallar vinna fram, og VFI arbeiðir við at gera vart við Føroyar á nøkrum av hesum, so er Facebook enn tann mest tíðandi pallurin.

Facebook síðan hjá VFI, sum varð stovnað í 2013 náddi við ársenda upp á 10.000 fylgj arar. Nógv orka verður løgd í at laga boðskapin soleiðis, at hann røkkur longst møguligt út. Hetta er serliga umráðandi á Facebook, har reglurnar ofta broytast og har tað natúrliga “reach out”, sum einaferð var 100%, nú er farið heilt niður á 2%. Hetta

merkir, at bert 2% av teimum, sum tekna seg til at fylgja eini síðu á Facebook, nú síggja tað, sum verður lagt út. Hetta setur stór krøv til at skapa innihald, ið hevur virði fyri hyggjaran, soleiðis at flest møguligt “dáma” ella “deila” tilfarið, sum verður lagt út. Við tí ber til at fáa eitt nógv hægri “reach out” enn tey annars bert 2%. Hetta hevur eydnast væl og royndirnar her frá hjálpa eisini á øllum øðrum pallum.

Pinterest

Hesin pallur er serliga vælumtóktur hjá tí kvinnuliga málbólkinum og fleiri vitjandi á

Page 45: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 45

visitfaroeislands.com koma her frá. Nógv arbeiði liggur í at fáa myndir til vega og skriva góðan og kunnandi tekst til myndirnar, sum samlað sæð gevur brúkaranum meira virði.

Twitter

Ein annar umráðandi pallur er Twitter. Hetta er tó ein meira avbjóðandi pallur at arbeiða við, bæði vegna tær natúrligu avmarkingar, ið Twitter hevur, við bert 160 teknum, men eisini tí, at VFI her merkir tann størsta ágangin frá mótstøðufólkum móti grinda-drápi.

Ein partur av tí tilfari, sum VFI leggur út á Twitter, kemur frá Facebook, sum so verður lagað til júst henda pall. Størsti parturin er tó tilfar, sum verður skræddarseymað til júst Twitter. Hóast VFI hevur megnað at fingið uml. 5.000 fylgjarar á Twitter í 2013, so er ikki so lætt at meta um virðið av teimum, av tí at fleiri av hesum eru grindamótmælarar.

Bloggar

Umframt omanfyri nevndu sosialu pallar arbeiðir VFI við at fáa bloggarar til at umhugsa Føroyar, tá tey skriva um eitt nú eksotisk ferðamál ella hava myndarøðir við

flottum náttúrumyndum. Hetta verður millum annað gjørt við, at VFI sendir teldupostar beinleiðis til fólkini handan bloggin, eins og myndir, greinar og leinkjur. Hetta hevur eydnast sera væl higartil. Tað mest konkreta dømi var, tá VFI gjørdi egnan blogg á væl-umtókta boredpanda.org við m.a. eini grein bygda á greinina hjá National Geographic Traveller um “World´s 111 Best Islands Destinations”, har Føroyar fær góða umtalu, saman við mongum øðrum londum. Hesin bloggurin náddi uppá stutta tíð at blíva mest vitjaði Travel bloggur tann mánaðin á Bored-panda.org, og hava nú næstan 100.000 lisið bloggin.

BOREDPANDA.ORG - BLOGG TWITTER

Page 46: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

46 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

FALDARAR

Sjálvt um fleiri og fleiri vitja heimasíðuna hjá VFI og aðrar heimasíður, sum kunna um og selja Føroyar, so eru tað mong, ið enn spyrja eftir faldarum. Ein partur av uppgávuni hjá VFI er tí at røkja henda eftirspurning, við at senda kunnandi tilfar um Føroyar út í heim. Gjøgnum alt árið fær VFI fyrispurningar um faldarar frá bæði privatpersónum eins og fyritøkum, sum selja Føroyar uttanlands. Fyritøkurnar nýta faldararnar til at senda til teirra kundar og til at hava við á messur, ið tær taka lut á. Faldarar verða eisini latnir føroyskum vinnuumboðum, skúlaflokkum, ungdómum og øðrum, sum fara út í heim og ynskja at hava kunning um Føroyar við.

Touristguide og kort

Hvørt ár ger Sansir nýggja touristguide, sum VFI hevur ábyrgd av at senda út. Til samans verða prentaðar 55.000 touristguides:

22.500 danskar, 17.500 enskar og 15.000 týskar, sum allar eru uppi, tá árið er av. Á hvørjum ári verða harafturat 25.000 kort av Føroyum prentað, og verða tey somuleiðis uppbrúkt eftir einum ári. Bæði kort og tourist guide verða latin áhugaðum ókeypis.

Imagefaldari

Við nøkrum ára millumbili ger VFI ein sonevnd-an imagefaldara. Hesin hevur eina longri livitíð enn touristguidin, tí hann er ikki so ítøkiligur.

Imagefaldarin verður sendur út saman við touristguide og kortum. Umleið 30.000 image faldarar verða deildir út hvørt ár.

ALTJÓÐA SAMSTARV

VFI hevur knýtt samstarv við ymiskar aktørar úti í heimi, ið beinleiðis og óbeinleiðis hjálpa til við marknaðarføringini av Føroyum. Hetta tí at tað einsamalt er trupult hjá VFI at røkka og røkja stóru marknaðirnar.

Hesir eru:

Travel PRVFI hevur avtalu við enskt PR-bureau. Samstarvið fevnir fyrst og fremst um at skapa áhuga hjá enskum miðlum fyri fjølmiðlavitjanum til Føroya. Harumframt verða tíðindi úr Føroyum javnan send út til miðlar í Bretlandi fyri eisini á tann hátt at skapa umrøðu um Føroyar.

Ehrenberg KommunikationSomuleiðis hevur VFI avtalu við týskt PR-bureau. Endamálið við samstarvinum er at skapa størri áhuga fyri fjølmiðlavitjanum úr Týsklandi. Samstarvið fevnir eisini um atfóðra týskar miðlar við tíðindum úr Føroyum.

VisitDenmark í ItaliaSamstarvið við VisitDenmark í Italia er um fjølmiðlavitjanir, kunningarferðir fyri ferða-smiðir, inngongd um Føroyar á italskum á heimasíðuni hjá VisitDenmark, luttøka á verkstovum o.s.fr.

VisitDenmark í TýsklandiSamstarvið við VisitDenmark í Týsklandi er um at senda út tilfar um Føroyar, umframt at hava tilfar so sum faldarar, kort og tílíkt við á messur og tiltøk í Týsklandi.

VisitDenmark í NoregiSamstarvið við VisitDenmark í Noregi er um fjølmiðlavitjanir eins og felags innkeyp av lýsingarplássi, sum gevur Føroyum betri prísir enn um Føroyar keypa tað sjálvi.

Marknaðarføringsvirksemi 2013

Page 47: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 47

Page 48: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

48 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Onnur tiltøk FERÐIST Í EGNUM LANDI

Visit Faroe Islands skipaði saman við kunningarstovunum kring landið fyri átaki, sum skal fáa føroyingar at ferðast meira í egnum landi. Hetta er eitt afturvendandi átak, sum hevur verið skipað á ymsan hátt síðstu árini. Í 2013 varð ein faldari gjørdur, sum lýsti ítøkilig dømi um ferðing og upplivingar í øllum Føroyum. Faldarin varð sendur til hvørt húski í Føroyum. Umframt faldaran vóru lýsingar í bløðunum fyri átakinum.

Afturmeldingar frá kunningarstovunum eru, at átakið at fáa føroyingar at ferðast í egnum landi hevur verið væleydnað, og at talið av fyrispurningum frá føroyingum, sum leita eftir gistingarmøguleikum og upplivingum í egnum landi, er støðugt hækkandi.

SKELTA FØROYAR

VFI og ALS tóku í 2013 stig til verkætlanina Skelta Føroyar, eftir at tað í nógv ár hevur verið tosað um ta manglandi skeltingina í Føroyum. Landsverk veitti skeltatilfarið. Heitt var á Runavíkar Kommunu at vera við í fyrstu pilotverkætlanini.

Verkætlanin hevur gingið framúr væl og hevur verið ein “win-win” fyri allar partar. Tey arbeiðsleysu fingu ikki eyka løn fyri at vera við, men tóku lut á verkætlanarskeiði og fingu tilboð um praktikkpláss á kunningar-stovunum runt landið. Skeltini verða sett upp í vár. Ynski er at halda fram við at skelta Føroyar. Fleiri kommunur eru áhugaðar í at gerast partur av verkætlanini, og eisini eru fleiri kommunur sjálvar farnar undir at skelta eftir hesa verkætlan.

JOBMATCH

VFI tók lut á Jobmatch, sum var í Østrøm í Tórshavn 30. desember. Jobmatch, sum er eitt frálíkt tiltak, er eitt gott høvi at skapa sambond við lesandi innan ferðavinnu, marknaðarføring og onnur atknýtt øki, og at finna útav, hvørjir førleikar eru innan økið.Eisini fær VFI møguleikan at geva kunning um bæði ítøkilig starvstilboð í Føroyum og um framtíðar arbeiðsmøguleikar hjá VFI og ferðavinnuni yvirhøvur. Tað var stórur áhugi at tosa við umboðini fyri VFI á Jobmatch - um 25 ungdómar nýttu høvið at seta seg niður og tosa við VFI á Jobmatch.

SAMSTARV VIÐ FERÐALEIÐARA­FELAGIÐ

Tað er týdningarmikið fyri upplivingina hjá ferðafólkum, at Føroyar hevur dugnaligar ferðaleiðarar, sum eru við til at gera upp-livingina í Føroyum betri og meira áhuga-verda. Tí valdi VFI at vera partur av tí norður -lendska tiltakinum sum Ferðaleiðarafelagið skipaði fyri í Føroyum í apríl 2013, har 44 ferðaleiðarar úr øllum Norðanlondum tóku lut. Kongressin vísti seg at eydnast sera væl. Guðrið Højgaard helt fyrilestur vegna VFI um ferðavinnuna í Føroyum. Hetta er eitt natúrligt framhald av tí samstarvi, sum hevur verið partarnar millum seinastu árini, m.a. ferða-leiðaraskeiðið, har 24 nýggir ferðaleiðarar vóru útbúnir við Skeiðsdepilin á Handilsskúla-num á sumri 2012.

Onnur tiltøk

Page 49: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 49

SAMSTARV VIÐ VÁGA FLOGHAVN OG GALLUP

Gallup ger vegna Vága Floghavn og VFI ferða fólkakanningar á flogvøllinum. Øll ferða fólk, sum ferðast um flogvøllin eitt ávíst tíðarskeið, verða biðin um at taka lut í kanningunum. Kanningarnar fevna um nakrar fáar spurningar, sum skulu geva eina grundvitan um ferðafólkini. Fýra slíkar kanningar vórðu gjørdar í 2013 og ætlanin er at halda fram við fýra árligum kanningum komandi árini, men fortreytin er at Vága Floghavn fær gongd í hagtalsinnsavningina í trygdarøkinum, har til ber at fáa eitt neyvari yvirlit yvir bústaðarlond hjá teimum vitjandi.

ONNUR SAMSTØRV

Umframt vanliga marknaðarføringsarbeiðið innan ferðavinnu hevur Visit Faroe Islands í nøkrum førum samstarvað við aðrar partar um at gera vart við Føroyar í PR-høpi.

· Symfoniorkestrið í samband við konsert í Hørpu í Reykjavík.

· Sakaris Stórá í samband við framførslu av filminum Vetrarmorgun í Hollywood.

· Livar Nysted í samband við, at ein bretskur filmsmaður fylgdi honum og felaga hansara við á teirra ferð yvir um Indiska havið. Sendingin skal seljast til stórar sjónvarpsrásir og kemur eisini at vísa myndir úr Føroyum.

· Bye bye bluebird í samband við, at nýggi filmurin Ludo skal sýnast á filmsfestivalum.

· Posta, skrivaðu grein um Føroyar sum ferðamál til blaðið hjá Posta, sum verður sent út til frímerkjasavnarar um allan heim. Blaðið kemur út á enskum, týskum, fronskum, donskum og føroyskum og hevur eitt samlað upplag á 25.000.

Page 50: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

50 - Visit Faroe Islands / Ársfrágreiðing 2013

Page 51: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Ársfrágreiðing 2013 / Visit Faroe Islands - 51

Tað eru vit sum starvast á Visit Faroe Islands 

GUÐRIÐ HØJGAARDStjóri

Fartelefon: 55 61 [email protected]

SÚSANNA SØRENSENMarknaðarføring og fjølmiðlar

Fartelefon: 55 61 [email protected]

ANNLEYG LAMHAUGEVinnuferðavinna

Fartelefon: 55 61 [email protected]

BÁRÐUR EKLUNDDigital Marknaðarføring

Fartelefon: 55 61 [email protected]

Set teg endiliga í samband við okkum, um tú hevur eitthvørt uppá hjarta viðvíkjandi ferðavinnuni í Føroyum.

NEVNDIN HJÁ VISIT FAROE ISLANDS:Johannes Jensen, Hotel Føroyar, formaðurRúni V. Poulsen, Smyril LineMagni Arge, Atlantic Airways

Johanna Rasmussen, FerðavinnufelagiðAnne Sophie Nordendal, Kunningarstovan í VágumEyð Matras, Mentamálaráðið

Page 52: Ársfrágreiðing - Visit Faroe Islands 2014 - II

Visit Faroe IslandsÍ Gongini 9Postsmoga 118110 Tórshavn Tlf. +298 20 61 00

[email protected]