24
Nr. 325 Hósdagur 2. september 2004 12,- Barbistovusøgan Naena Danielsen skrivar um Barbistovuættina í Syðrugøtu. Brævbjálvar á Eiði Á ferð í Lopra Í Lopra hittu vit Jákup Joensen, sum ikki hevur givið skarvin yvir hóast pensjónistaaldur. Fakfelagsfundur á Eiði Umboð fyri fakfeløg í Føroyum, Grønlandi og Íslandi hittust leygardagin á Hotel Eiði. Eiði er ikki bert fiskur. Tað er eisini brævbjálvar. Verkið liðugt hjá Líggjasi Beint eftir at vera komin á mál við umhvørvisligum trolgrunni legði Líggjas frá sær med alla. Síða 9 Síða 12 Síða 11 Síða 17 Síða 3

Á fferð íí LLopra - olijacobsen.comSíða 4 Nr. 325 - 2. september 2004 Men kanningar hava víst, at grønlendskar fyritøkur eru forkelaðar í mun til aðrar, og uppskot er um

  • Upload
    others

  • View
    0

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

  • Nr. 325 Hósdagur 2. september 2004 12,-

    BarbistovusøganNaena Danielsen skrivar

    um Barbistovuættina í Syðrugøtu.

    BBrræævvbbjjáállvvaarr áá EEiiððii

    ÁÁ ffeerrðð íí LLoopprraa

    Í Lopra hittu vit Jákup Joensen, sum ikki hevurgivið skarvin yvir hóast pensjónistaaldur.

    Fakfelagsfundur á EiðiUmboð fyri fakfeløg í Føroyum, Grønlandi og Íslandi hittust leygardagin á Hotel Eiði.

    Eiði er ikki bertfiskur. Tað ereisini brævbjálvar.

    Verkið lliðugt hhjá LLíggjasiBeint eftir at vera komin á mál við umhvørvisligum trolgrunni legði Líggjas frásær med alla.

    Síða 9

    Síða 12

    Síða 11

    Síða 17

    Síða 3

  • Komandi ár eru 60 árliðin, síðani 2. heimsbar-dagi var av.

    Sunnudagin 8.mai 2005,sum eisini er frælsisdagurBretlands, er ætlanin atgera okkurt serligt burturúr. Skipað verður fyri ein-um serligum minningar-haldi í St. Nicolas kate-dralinum í Newcastle.

    Newcastle var serliga“heimstaður” hjá teimum,

    sum sigldu við donskumskipum undir krígnum.Minningargudstænastanverður kl. 12, og aftan áverða kransar lagdir viðminnisvarðan yvir teir sjó-menn, sum lótu lív undir2. heimsbardaga í siglingfyri teir sameindu. Aftanágudstænastuna verðurmóttøka, og um kvøldiðverður hátíðardøgurði.

    Vit hava fingið áheitan

    frá prestinum í donskukirkjuni í Newcastle, Ing-er Batchelor, at kanna,hvussu stórur áhugin erfyri hesum tiltaki í Føroy-um. Hóast tað kann tykj-ast at vera langt burtur attosa um 2005, so gongurtíðin skjótt, og tað kannvera gott at vera í góðaritíð.

    Um Atlantsflog flýgursomu dagar næsta ár sum í ár, so verður møguligt at

    flúgva til Aberdeen hós-dag og koma heim afturmánadag. Ongum nýtistat keða seg, tí eisini verð-ur skipað fyri samkomuleygardagin 7. mai.

    Nærri verður at frættaum hetta tiltakið, tá taðfer at nærkast tíðini. Mentey, sum kundu hugsa særat luttikið í minningar-haldinum, verða vinarlig-ast biðin um at siga okk-um frá.

    Minningarhald í Newcastle

    Bispur leggur kransundir minningar-haldinum 2004.

  • Síða 3Nr. 325 - 2. september 2004

    Tað var fyrst í 80-unum, atfakfeløg í Føroyum, Íslan-di og Grønlandi tóku segsaman í felagsskap, stuttnevndur VN/Naasis, hvørsendamál er samstarv mill-um fakfeløg í hesum lond-um. Tað týdningarmesta í

    hesum samstarvi er atkunna hittast regluliga ogat kunna viðgera tey mál,sum eru felags.

    Fundirnir verða hildniruppá skift millum londiniá hvørjum ári,og hesaferðvar fundurin í Føroyum,

    og varð hann hildin áhotellinum á Eiði tann 28.august.

    Í Grønlandi er tað stórameginfakfelagið SIK, sumer limur. Frá teimum vóru3 umboð. Í Íslandi er taðASI, sum er íslendska LO,

    har flestu løntakarar erulimir. Teir sendu fýra um-boð. Í Føroyum eru limir-nir Føroya Arbeiðarafelag,Føroya Fiskimannafelagog Føroya Handverkara-felag, og frá hesum feløg-um vóru 10 umboð til-samans.

    Fundurin byrjaði við, atIngeborg Vinther, sum erformaður hetta skeiðið,ynskti vælkomin og greiddifrá virkseminum hjá fel-agsskapinum í árinum.

    Tosað varð um, hvussutað kundi fáast størrikunning millum londinium viðurskiftini hjá løn-takarum. Eitt uppskot, iðkom fram, var, at VN skul-di fáa eina heimasíðu, hartíðindini frá feløgunumskuldu leggjast inn. Hettaskuldi verið ein rímiligabílig loysn, sum eisinilættliga letur seg umsita.Arbeitt verður víðari viðhesum hugskotinum.

    Síðani vóru frágreiðing-ar frá limalondunum.

    GrønlandÍ Grønlandi er arbeiðs-loysið er hækkandi, og ertað komið upp á 8%.Tað,sum ger sítt her, er, at eittstórt frystivirki hjá RoyalGreenland er afturlatið,og hetta merkir, at tørvan-di frystiorka ger, at rækjurverða sendar av landinumvið tí minkandi arbeiði,sum er avleiðingin av hes-um. Her er í fyrsta umfaritalan um 60 mist arbeiðs-pláss.

    Tað verður tó lagt pol-itiskt trýst á Royal Green-land fyri at steðga hesigongd, so væntandi ferhetta at geva úrslit. Teirhava í hvussu er lovaðikki at senda eina rækjuav landinum óviðgjørda.

    Viðvíkjandi arbeiðspláss-um eru onkur góð tíðind-ini. Privata fyritøkan PolarSeafood, sum hevur trol-arar, har føroyingar eisinieru við, hevur stovnaðrækjuvirki í Suðurgrøn-landi, sum ætlandi fer atgeva 60 arbeiðspláss. SIKhevur givið stuðul til hesaverkætlan. Tað sama havateir gjørt til eina verk-smiðju í Norðurgrønlan-di. Hetta ger so tað, at taðeru fleiri fyritøkur á rækju-økinum, og kemur hettaat seta gongd á kapping-ina, sum er sera tiltrongt.

    Annars er nógv byggi-virksemi í Grønlandi,menhóast hetta økist arbeiðs-

    loysið í Nuuk. Hetta er or-sakað av, at hetta arbeiðiðfyri ein stóran part verðurgjørt av tilkallaðari arbeiðs-megi,fyrst og fremst dansk-ari.

    EindarprísirnirEitt, sum verður nógv um-talað í Grønlandi, er so-kallaða eindarprísskipan-in fyri el og vatn. Hettamerkir, at hesir prísir eruteir somu um alt landið -uttan mun til framleiðslu-kostnaðin.

    Tað er ætlanin at broytahetta eftir tilmæli frá “Råd-givende Udvalg”, ið metir,at eitt slíkt stig kann setagongd á hjólini í grøn-lendska samfelagnum.

    Nú skal gjaldast í muntil kostnaðin, og hettamerkir, at 30% av grøn-lendska fólkinum koma atgjalda meira fyri nevnduveitingar, meðan hini 70%koma at gjalda tað samaella minni. SIK heldur, atein slík skipan skal komaøllum til góðar. Umrøddaætlan kemur at merkjaflyting úr smáum plássumtil tey størru, har taðframmanundan er tørvurá íbúðum. Hetta er ikkiminst galdandi fyri Nuuk,tí øll vilja búgva har. Mettverður, at hetta kann vælenda sum í Íslandi, har60% av fólkinum býr íhøvuðsstaðnum.

    Ein partur av hesi ætlaner eisini, at skatturin verð-ur hækkaður fyri tey, sumhava hægri inntøkurnar.Alt annað líka verður rokn-að við, at henda skipankemur at kosta grøn-lendska fólkinum 90 mill.Men talsmenninir fyrihesa skipan siga, at sumfrá líður kemur hetta ogmeira afturat inn aftur íkassan. SIK mælir til atútseta alla hesa ætlan eittár, so hon kann fyrireikastbetri. Hetta skal annarsvera eitt stig móti sjálv-

    stýri,men tað eru ymiskarhugsanir um tað.

    GullTað henda onnur spenn-andi ting í Grønlandi.M.a.hava teir funnið gull íSuðurgrønlandi. Í fyrstaumfari fer víðariframleiðsl-an fram í Canada, menfyribils gevur gullvinnaneini 20 arbeiðspláss.

    Gull er eisini funnið íNuukfjørðinum, so tað ersera spennandi,hvat hettakann enda við.

    Mett verður, at kemurmeira burturúr her, kannGrønland enntá koma atmangla arbeiðsmegi, ser-liga um toskur kemuraftur, sum okkurt bendirá. Men í Grønlandi eruteir als ikki fyrireikaðir tilat taka ímóti toski, tí allarflakamaskinur eru farnarav landinum, aftaná ateingin toskur hevur veriðí fleiri ár.

    VatnEitt annað, sum nógv hev-ur verið arbeitt við í fleiriár, er verkætlanir við vatni.Í fyrsta umfari er hettaætlað til heimanýtslu, tí somerkiligt tað ljóðar, verð-ur nógv vatn innflutt tilGrønlands. Tað gera vitannars eisini í Føroyum.

    Men tað nýggja í Grøn-landi er, at teir har havafunnið vatn, sum hevurbakteriur við ensymum,sum hjálpa teimum, sumikki tola mjólk, og ljóðarhetta sera spennandi.

    Ein trupulleiki er mangl-andi kappingin á mat-vøruøkinum.Tað eru tværstórar handilsketur. Hildiðverður, at tær samstarvaum prísirnar. SIK hevurklagað til kappingarráðið,men teir hava tapt. Menprísirnir eru í hvussu erhøgir í Grønlandi.

    Sum allir aðrir arbeiðs-gevarar so klaga teir grøn-lendsku eisini um kor síni.

    Ársfundur í VN

    Fakfelagsrørslan í Norður-atlantshavi hittist á Eiði

    F.v: Bjørn Holm, SIK, Beathe Hendriksen, SIK, Suni Simonsen og Harald Østerøbáðir frá Føroya Handverkarafelag,

    Pól Øregaard, Føroya Handverkarafelag, Agnar Olsen, FA, Poul Juel Festirstein,FA og Gylfi Arnbjørnsson, ASÍ

    f.v. Gretar Thorsteinsson, formaður í ASÍ og Inge-borg Vinther.

    f.v. Jess Berthelsen, formaður í SIK, Sævar Gunnarsson, ASÍ, formaður í Sjó-mannasamband Íslands, Halldor Bjørnsson, ASÍ, Sunrid Vang, FA og AndreasBerglíð, FF.

    Framhald á næstu síðu

  • Síða 4 Nr. 325 - 2. september 2004

    Men kanningar hava víst,at grønlendskar fyritøkureru forkelaðar í mun tilaðrar, og uppskot er umat leggja avgjøld á tær,sum lagdar verða á fyri-tøkur í øðrum londum.

    Ein serligur trupulleiki íGrønlandi er arbeiðsmøgu-leikar í teimum smærrubygdunum.Her verður lat-in ein serligur studningur,sum liggur um 50 mill.árliga. Nú er uppskot umat lata hesar fyritøkur tilíbúgvararnar, so teir kun-nu reka tær fyri egnurokning.

    Jess heldur ikki, at lívskal haldast í bygdunumfyri einhvønn prís. Hermá støða takast eftir um-støðunum og møguleikun-um.

    Tað verður nógv tosaðum privatiseringar í Grøn-landi.Men tað er lítið sumbendir á, at hetta ger tannstóra munin.

    NýttarbeiðsgevarafelagAnnars er nýtt arbeiðsgev-arafelag stovnað í Grøn-landi. Í gamla felagnumeru mest danir, sum verðasagdir mest at hugsa umseg sjálvan fyri síðan atfara heim aftur til Dan-markar við sínum upp-spardu ágóða. Nýggja fel-agið hevur fyrst og fremstgrønlendskar limir. Vónireru um gott samstarv viðfakfelagsrørsluna, tí felag-ið er stovnað á skrivstov-uni hjá SIK.

    Tað hevur í nógv ár ver-ið arbeitt við einum fiski-mannafelag í Grønlandi,men hetta hevur gingistmeira enn trupult, so teireru á hesum økinum nær-um 100 ár aftanfyri okk-um.

    SIK hevur gott samstarvvið politisku leiðsluna og

    ikki minst við landsstýris-formannin Hans Enoksen,sum javnan kemur inn ágólvið at práta um viður-skiftini.

    Limatalið í SIK hækkarstøðugt. Tað eru bert tey,sum arbeiða, ið eru limir.Tá teir gerast arbeiðsleys-ir, detta teir av limalista-num Í Grønlandi hava teyikki arbeiðsloysiskassa.Tey arbeiðsleysu fáa fráalmannaskipanini. Tey fáa50% av eini arbeiðaraløn,men uttan skatt, men táskattur av inntøku er40%,er munurin ikki tannstóri.Tímalønin er annarsum kr. 70. Ætlanin er núat broyta hetta, so arbeiðs-loysisstuðulin eisini skalskattast,men so verða veit-ingarnar hækkaðar sam-svarandi.

    ÍslandÍ Íslandi er ein hampiligastórur vøkstur í búskapi-num.Ein lítil lækking var í2002, men í 2004 verðurvøksturin væntandi 4,5%.Ein orsøk til hetta er tannstóra útbyggingin av vatn-orkuni, sum fer fram, ogsum er grundað á einastóra øking í aluminiums-framleiðsluni.

    Trupulleikin er bert, athesin vøkstur gevur ikkimeira arbeiði. Vøksturinmerkir nevniliga at krón-an verður styrkt, og hettagongur út yvir útflutning-in av øðrum framleiðsl-um. Gongdin hevur ann-ars verið tann í Íslandiseinastu árini, at arbeiðs-loysið er hækkandi.Fyrst í2001 var tað 1,5%, ogliggur tað nú um 3,5%.

    Ein annar trupulleiki ereisini, at umrødda útbygg-ing fyrst og fremst fer framvið fremmandari arbeiðs-megi,og kann hetta skapaólag á arbeiðsmarknaði-

    num. Men henda útlend-ska arbeiðsmegin er einavleiðing av, at Ísland erpartur av arbeiðsmarkn-aðinum hjá ES takkað verilimaskapinum í EØS. Menhvussu stór útbygginginer, sæst best av, at tað eru1200 fólk, sum arbeiðavið henni.

    Annars hevur inflatíóninverið lág, men er núhækkandi. Hetta gevur or-søk til órógv. Afturat hes-um eru sáttmálarnir á ar-beiðsmarknaðinum treyt-aðir av einum hámarkifyri dýrtíð.

    Sáttmálarnir í Íslandigingu út fyrst í hesum ári-num, og tey flestu feløg-ini hava undirskrivað sátt-málar fyri eitt 4 ára skeið.Avtalaðar eru fylgjandilønarhækkingar fyri árini2004 fram til 2007:3,25%,3%, 2,5% og 2%.

    Sum tað sæst, er talanum lækkandi hækkingarfyri hvørt árið. Orsøkiner, at tað eru heilt onnurviðurskifti galdandi mill-um arbeiðsmarknað ogstjórnarvald í Íslandi, ennvit kenna tað hjá okkum.Meðan vit nústani erubyrjað at tosa um trí-partasamráðingar, so hev-ur hetta verið praktiseraðí Íslandi í nógv ár. Hergera partarnir beinleiðisavtalur um, hvussu teirkunnu halda dýrtíðininiðri, ásannandi ringarroyndir í fortíðini. Tærroyndirnar eru, at dýrtíð,sum fyrr javnan var útimóti 100%, er størstahóttan móti sovæl samfel-agi sum vinnu og løn-takarum.

    Tí er sáttmálin fyri sein-nu fýra árini av sáttmála-skeiðnum treytaður av, atdýrtíðin ikki fer upp umtey 3%. Hetta leggur eisinitrýst á stjórnina at rekaein slíkan politikk,so hettaikki hendir. Hetta kanngerast við at halda aftur ígjøldum, ið stjórnin sjálvhevur ræði á. Sáttmálin ereisini treytaður av, at løn-takarafeløg uttanfyri ASÍikki fáa størri lønarhækk-ingar enn teir. Hetta skalnú standa sína roynd.Lærararnir í fólkaskúlan-um eru beint nú í sam-ráðingum,og teir løgdu útvið einum kravi um hækk-ingar uppá 100%. Nú eruteir komnir niður á “bert”35%, sum framvegis ermunandi meira, enn ASIhevur fingið.

    Lønarlag og skatturí ÍslandiUm lønarlagið í Íslandiverður sagt, at tímalønin ít.d. fiskiídnaðinum er uml.íkr. 8-900 um tíman. Sumkunnugt skal íslendskakrónan býtast við 10 fyriat fáa føroyskar krónur.Tað er alment viðurkent,at í Íslandi eru tað teyfægstu, sum klára seg viðbert einum arbeiði, ogmett verður, at um 30% avinntøkunum hjá íslend-ingum stava frá arbeiðiútyvir vanliga arbeiðstíð.

    Ein “normal” mánaðar-løn fyri vanliga arbeiðstíðliggur um íkr. 150.000 ummánaðin. Men við yvir-arbeiði kemur hon uppákr. 210.000. Annars er íÍslandi ein minstaløn fyriarbeiðarar, ið er kr.93.000,og hetta svarar eisini tilarbeiðsloysisgjaldið.

    Skattaskipanin er í fyrstaumfari rættiliga einføld.Fyri tær fyrstu kr. 67.000verður eingin skattur gold-

    in, og av restini verðurgoldið 38%.Men so einfalter tað kortini ikki. Uttan-fyri skattin verður goldinein serligur barnastudn-ingur.Men hesin er hefturat inntøkuni, so barna-studningurin minkar viðhækkandi inntøkum. Hettamerkir, at veruligi margi-nalskatturin kann gerastupp til 70%, og hetta erikki júst eggjandi hjábarnafamiljum.

    Fiskimenn sleppa atgera sáttmálaAnnars sleppa fiskimenn íÍslandi aftur at samráðastum sáttmála. Aftaná eittsera drúgt fiskimannaverk-fall í 2001, varð sáttmálinásettur við lóg í trý ár.Hetta verkfallið var eittstandandi stríð fyri, atfiskimenn skuldu avrokn-ast eftir veruligum fiska-prísum.

    Men henda lógásetingav sáttmálanum hevurverið kærd fyri ILO, ar-beiðsstovninum hjá ST,ogILO hevur givið fiskimonn-um viðhald í, at hettastríddi ímóti altjóða regl-um. Men nú ræður um atskipa soleiðis fyri, at slíktikki fer at endurtaka seg.

    Annars er politiska støð-an í Íslandi tann, at for-sætisráðharrin seinastu 13árini David Oddson legg-ur frá sær tann 15. sep-tember, og formaðurin íminna samgonguflokki-num, Framsóknarflokkur-in, Haldor Asgrimsson,kemur at taka við. Mettverður, at hetta væl kannskapa politiskan órógv íÍslandi, tí tað eru ikki øll ístóra samgonguflokkun-um, Sjálvstæðisflokkurin,sum eru so fegin um, atteir lata hendan týdning-armikla sess frá sær.

    Annars verður eisini

    sagt, at tað er stórur mun-ur á teimum báðum. Eyð-kennið fyri David Oddsoner, at frá honum fæst altíðeitt greitt svar, eisini umtalan er um eitt nei, með-an tað mótsetta er gald-andi fyri komandi polit-iska leiðaran í Íslandi.

    FøroyarFyri Føroyar greiddu Inge-borg Vinther,Óli Jacobsenog Pól Øregaard frá gongd-ini í Føroyum, eins og til-far varð býtt út, sum kunn-aði nærri um støðuna íFøroyum. Men tá hettaman vera vælkent hjáokkara lesarum, skal ikkikomast nærri inn á hetta íhesi frásøgnini.

    Afturat hesum vóru tværframløgur um fiskivinnu-støðuna í Føroyum. Hinfyrra var frá Hans JákupiMikkelsen, sum greiddifrá gongdini og støðuni írækjuflotanum. Vit havafyrr havt frásøgn um hesagongd úr rækjuálitinum,sum Hans Jákup eisinieigur sín part í. Men einav hansara niðurstøðumvar, at í løtuni gongur taðheldur frægari við prís-gongdini, og tosað verðurum príshækking uppá 1krónu. So vit kunnu bertvóna,at hetta er ein gongd,sum kemur at halda á.

    Hin framløgan var hjáEgili Olsen, har hanngreiddi frá sínum hug-sjónum, um hvussu vitkundu koma burtur úrverandi naggatódn á fesk-fiskaøkinum.

    Vit koma at greiða nærrifrá hesum framløgum íkomandi blaði.

    Annars verður komandifundur í Grønlandi, ogformaðurin í SIK tekurvið formansskapinum íVN komandi árið.

    Hans Jákup Mikkelsengreiðir frá støðuni írækjuflotanum.

    Egil Olsen hevur framløgu um feskfiskavinnuna.

  • Síða 5Nr. 325 - 2. september 2004

    Aðra staðni í blaðnumendurgeva vit tey tíðind-ini, sum vit hava sent út ísamband við TV2 málið.Her gera vit nakrar eykaviðmerkingar og niður-støður í málinum.

    Tað er undrunarvert, attað í veruleikanum ber til,at slík tíðindi, sum havaso lítið við veruleikan atgera, í heila tikið kunnukoma út.Vit eru komin tilta niðurstøðu, at her erivaleyst talan um onkranjournalist, sum als einkivisti um tað evnið, hannvarð settur at kanna. Hannhevði fingið fatur á nøkr-um skeivum keldum, sumhava givið honum órættarog eintáttaðar upplýsing-ar og hetta førdi síðani til,at søgan fór út á eittsíðuspor.

    Tá málið kom fram,fóruvit í stundini í holt við atfáa TV2 at taka tíðindiniaftur. Stóðu tey órørd,kundu tey gerast ein støð-ug hóttan, ikki bert mótifiskimonnum, men eisinimóti føroyskum politisk-um áhugamálum t.d. ísamband við umsitinginaav blokkinum.

    Men tað, at fáa slíktíðindi afturtikin, er ikkibert sum at siga tað. Taðer alment kent, at tíðinda-fólk eru sera trek, tá taðkemur til at viðganga sínimistøk, og í fyrsta umfarivísti tað seg eisini at veraso í hesum førinum.

    Varatíðindaleiðarin á TV2var skjót at boða frá, atsjónvarpsstøðin helt fastvið tey tíðindini, støðinhevði borið, hóast hon á-sannaði,at tey kundu havtverið meiri nágreinilig ísínum upplýsingum. Hettagjørdi hon, hóast honeinki kendi til málið, menhon fekk annað at síggja!

    Kortini endaði málið við,at tíðindini vóru afturtik-in.Vit kunnu takka tveim-um orsøkum fyri hetta.Onnur er, at TV2 fekk einalanga og ítøkiliga frágreið-ing frá Fiskimannafelag-num um, hvussu veruliguviðurskiftini vóru á um-rødda økinum. Hin orsøk-in er, at Danmark hevureitt “Pressenævn”, og attað ber til at kæra til hettaum órøtt tíðindi. Og ertað nakað donsk fjølmiðla-fólk hava virðing fyri, ogkanska enntá ræðast, so ertað Pressenævnet, sumteir fyri alt í verðini ikkivilja koma í kløtur við.At

    fáa tíðindi undirkend avhesum stovni kann enntákoma at ganga út yvirkarrieruna hjá teimumtíðindafólkum, sum ikkihava gjørt sítt arbeiði tillítar.

    Sostatt leggur hetta trýstá tíðindafólkini fyrst ogfremst at hava røtt tíðindi-ni,men annars at fáa órøtttíðindi kannað og rættað,áðrenn tey enda í Presse-nævnet.

    Vit kunnu staðfesta, at íhesum førinum var taðkortini til heiðurs fyriTV2, at teir tóku søgunaaftur á ein slíkan hátt, attað ikki kundi misskiljast.

    Vit hava ført fram, ataftanfyri hesi tíðindinihevur ligið ein “óndurvilji”. Í einum fylgibrævifrá TV2 leggja tey dýranvið, at hetta hevur ikkiverið tilvitað, og tað takavit til eftirtektar. FF hevurhavt eitt sakligt samskiftivið TV2 um hetta málið,og er tað nú endað uttannakra illstøðu.

    Í fylgibrævinum verðurtað áhugaverda sagt, ateitt tílíkt mál “naturligvisgiver anledning til man-ge overvejelser om blandtandet grundighed og kil-dekritik.”

    Hetta gevur kanska einavón um, at hetta máliðhevði tað við sær, at sjón-varpsstøðin í framtíðinifer at vera meira varin ísínum tíðindaflutningi úrFøroyum.

    Høvdu ikki veriðafturtikin í FøroyumTað kann tykjast long tíð -ein heilur mánaður - atfáa órøtt tíðindi afturtik-in. Men hetta prógvarkortini, at í Danmark bertað til, um grundgevingar-nar eru nóg góðar, og einikki sleppur endanum,sum í hesum førinum.

    Eitt er heilt givið, at íFøroyum høvdu órøtt tíð-indi av hesum slagi neyv-an verið afturtikin. Erudonsk fjølmiðlafólk sjálv-rættvís, so er hetta sanni-liga eisini galdandi fyriføroysk fjølmiðlafólk. Taðfinnist neyvan nakaðdømi, har føroysk fjøl-miðlafólk hava tikið afturórættar søgur ella órøtttíðindi. Roynir onkur atmótmæla órøttum tíðind-um um seg sjálvan, snararblaðstjórin tað altíð so-leiðis, at fjølmiðilin hevurrætt. Aðrar royndir vísa

    eisini, at í Føroyum verðatey, sum gera vart viðslíkar skeivleikar ella sumfinnast at fjølmiðlunum,snøgt sagt tagd í hel.

    Í Føroyum hava vit held-ur einki fjølmiðlaráð einsog tey hava í Danmark. Soher er einki at ræðastheldur.

    Vit hava kortini einstovn, har til ber at kæraum aallmmeennnnuu fjølmiðlar-nar, og er tað LøgtingsinsUmboðsmaður, sum hev-ur staðfest, at hann erkærumyndugleiki hjá hes-um stovnum. Men roynd-irnar hava víst, at her erso púra einki at væntasær.Hann hevur havt nøk-ur fjølmiðlamál um rætt-leika í tíðindum, men íhvørjum einstakum teirrafær hann snarað tað so-leiðis, at fjølmiðilin hevurrætt.Og út frá hesum mál-um ber illa til at ímyndasær nøkur tíðindi, sumkundu endað við átalu fráumboðsmanninum.

    Vit hava fyrr umrøtt eittítøkiligt mál, har allir fjøl-miðlarnir, eisini teir al-mennu, góvu beinleiðisórøtt politiskt litað tíðin-di.

    Stjórin á øðrum fjøl-miðlinum boðaði frá íbrævi til umboðsmannin,at tíðindaflutningurin vargrundaður á, at “vanligter ikki at eftirkannasannleiksvirði í tíðinda-skrivum, sum ein ting-bólkur ella persónar íálitisstørvum lata frásær.”

    Tey sum fylgja við havasanniliga varhugan av, athetta er galdandi fyri allarfjølmiðlarnar. Men at hettavar almennur poltikkur,skuldi skapt eitt rama-skríggj og ikki minst, atein kærumyndugleiki gjør-di vart við seg. Vit skululangt út í heim at finnaein fjølmiðlastjóra, sumopinlýst sigur seg taka solætt uppá um tað eru sonnella rong tíðindi hann ber.

    Óneyðugt er at siga, atslíkur politikkur gevurheilt óavmarkaðar møgu-leikar at “planta” órøtttíðindini, ið ókritiskt verðaborin víðari, og hettaverður so sanniliga eisinigjørt. Tað tykist, sum umtað ger tað sama umtíðindini eru skeiv ellarøtt, og tað nógv tíðindi-ni, har leysir endar eru áhesum økinum.

    Hóast hetta blástemplarumboðsmaðurin slík ósonntíðindini, har tað enntáverður sagt opinlýst, atsannleiksvirðið ikki verð-ur eftirkannað.

    Í TV2málinum er taðjúst munurin millum sattog ósatt, ið var avgerandi,og sum eisini hevði veriðavgerandi, um málið komfyri Pressenævnet.

    Tað sigur seg sjálvt, atføroysk fjølmiðlafólk nýt-ast ikki at rista í brók-unum fyri at verða kærdtil umboðsmannin! Ogúrslitið er so eisini hareftir.

    Eitt mál sum hetta skul-di givið høvi til at fáa

    kannað, hvussu slík tíðin-di kunnu vera komin úrFøroyum, men hetta hev-ur so ongan áhuga.

    Latið Pressenævneteisini fevna umFøroyarTað, at hetta kann henda íeinum føroyskum kæru-stovni, kann samstundissáa iva um, um tað kannvera nøkur nytta í einumføroyskum fjølmiðlaráð.Hetta kann lættliga gerastein stovnur aftur, sumeingin nytta er í, og sumbert kann gerast enn einkoddi til falskan trygg-leika.

    Spurningurin er, um taðikki hevði verið nógv bet-ur eisini at latið danska

    Pressenævnet fevnt umokkara fjølmiðlar. Presse-nævnet hevur longu skaptsær stóra virðing, sumumrøtt í hesi grein, einsog eingin kann ivast í, atteir eisini høvdu veriðópartískir í føroyskummálum.

    At enda skal verða sagt,at FF-blaðið í mong ár - við væl undirbygdumgreinum - hevur funnist atalmennum myndugleik-um og eisini fjølmiðlum,men tað hevur ikki veriðsvarað til eina teirra.

    Vit hava nú havt eittmál móti einum donskumstovni. Hetta gav ítøkiligtúrslit eftir einum mánaði.Tað sigur ikki so lítið ummunin!

    TV2 málið og hvat so?TV2 hevur gjørt nakað sum eingin føroyskur fjølmiðil enn hevur gjørt.

    Hesin løðir…“Formanden for detøkonomiske råd, Her-mann Oskarsson,påpegede det urimeligei, at færøske fiskereforfordeles med danskeskatteyderes penge somgrundlag. Det gjordehan ud fra enøkonomisk vurdering..”

    (Úr TV2 19. juli)

    .. og hesin skjýtur."Det forarger mig selvfølgelig, at når man

    sammenligner færøske fiskeres forhold meddanske fiskeres forhold, så er der en disfavør til

    ugunst for danskerne, samtidigt med, at dendanske stat leverer et større millionbeløb til

    Færøerne i støtte."(Úr TV2 19.juli)

    So einfalt er hetta málið.

    Skal vitin á Fugloynni ogskulu tokulúðrarnir á Borð-uni og Akrabergi sløkkjast?Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur fingiðein fyrispurning frá MRCC-støðini, har boðaðverður frá, at Farvandsvæsenet umhugsar atsløkkja vitan á Fugloynni. Men fyrst vilja teirhava at vita hugsanina hjá teimum, sum annarsnýta vitan. Halda teir framvegis tørv vera á hon-um vegna trygdina á sjónum?

    Tað sama er ætlanin við tokulúðrunum á Borð-uni og Akrabergi. Her verða somu spurningarsettir.

    FSN vil fegin vita, hvat limirnir halda um hendanspurning. Teir, sum hava eina hugsan um málið,verða bidnir um at venda sær til felagið.

  • Síða 6 Nr. 325 - 2. september 2004

  • Síða 7Nr. 325 - 2. september 2004

    Myndir hjá ÅnstadÍ seinasta blaði høvdu vit eina samrøðu við Olov Ånstad úr Svøríki, sum hevur ferðast til Føroyar síðan1948. Vit hava fyrr havt áhugaverdar myndir hjá honum í blaðnum. Nú hava vit fingið ein hóp afturat, ogendurgeva vit her nakrar teirra. Tað kundi verið stuttligt um lesararnir kundu greitt okkum nærri frá tí teirkomast við á hesum myndum.

    Hvør er kirkjan og hvør er deknurin.

    Hvørji eru hesi?

    Hvørji eru hesi?

    Ein handil av gamla slagnum. Hvør er maðurin?

    Hvørji eru hesi børnini?

    Tá Thomas Dam seldi baljur.

    Fiskivinnuframsýning í 1948. Básurin hjá Kjølbro.

    Skótar í Klaksvík. Hvørjir eru teir?

  • Síða 8 Nr. 325 - 2. september 2004

    Mercy Ships takkar føroyingumVegna leiðslu og manningá Anastasis ynskja vit attakka øllum tykkum fittuog vælsignaðu fólkum íFøroyum, sum gjørdu, atferð okkara í Føroyumvarð so væleydnað.

    Takk fyri at tit vitjaðuokkum umborð, fyri alttað sjálvbodna arbeiðið,fyri tær mongu gávurnarog tann ótrúliga blíðskap-

    in, tit sýndu okkum.Tykk-ara gávumildi og stuðulrøkka allan vegin til strend-urnar í Vestur-afrika.

    Vit síggjast!

    Daslim Small,aðalstjóri, AnastasisMercy Ships www.mercyships.org

  • Síða 9Nr. 325 - 2. september 2004

    Ættarsøga í Syðrugøtu eftir Naenu Danielsen

    Framhald á næstu síðu

    Í fólkateljingini 1801 erPoul Joensen - Páll í Barbi-stovu og konan ElisabethMagnusdatter, ið var uttanav “Hellu” á Toftum giftinn í Barbistovu til fasturPálls - Elsebeth Guttedatt-er, sum var gift við EliasHeinesen av “Rætt”í Syðru-gøtu.Tey vóru barnleys. Í1801 var Elspa í Barbi-stovu 85 ár og Líggjas 67ár.

    Elsebeth Magnusdatterog Poul Joensen giftust í1790 og tey fingu fimmbørn, ið komu til - tríggjarsynir og tvær døtur., Ped-er Poulsen, nevndur Pæt-ur, oldurabbi okkara varelstur. Hann var føddur1794 og doyði 1839 - 45ára gamal. Hann hevðikonu av Blankaskála -Barbara Simonsdatter.Teyfingu fýra børn - ein sonog tríggjar døtur.Tað er tóikki frá hesi Barbaru ætt-arnavnið stavar.Ein onnurBarbara hevur verið fram-man undan hesari.

    Av teirra fýra børnumvar langomma okkara Else-beth Pedersdatter, fødd1824, elst, hon giftist viðJohs. Mikal Mikkelsen,Havna Jóannis, langabbaokkara, ættaður úr Havn.Tá hann 7 ára gamal mistipápan, fór hann til Fugla-fjarðar til ommu sína, sumvar bóndakona í Heimi-stovu, og vaks upp har.Hini trý børnini eru PoulPedersen,Pól í Barbistovu,f. 1826. Hann var gifturvið Annu Jacobsdatter úrBlásastovu í Norðragøtu.Hinar báðar systrarnargiftust norður til Gjáar.Súsanna Fr. Pedersdatter,fødd 1833, gift við Jógvaní Blásastovu. ElsebethElena Pedersdatter, fødd1835, gift við KlæmintJoensen í Nýggjustovu.Tey bygdu á Geilini viðGjógv.

    Misti pápan ogmátti taka ábyrgdav heimi bert 11ára gamalLangabbi og langommaokkara Elspa í Barbistovuog Havna-Jóannis giftust íNeskirkju 28. juni 1859og búsettust í Syðrugøtu.Abbi okkara Petur Pauli íBarkistovu,sum hann van-liga var nevndur, var elst-ur av fimm systkjum.Tá iðhann bara 11 ára gamalmisti pápan, mátti hannsaman við mammuni takavið ábyrgd av heimi ogsmærri systkjunum. Hettahevur ikki verið lætt hjáhonum og tað eyðkendiabba alt lívið. Álvarsemið,ábyrgd og nøgdsemið.Hann var ógvuliga arbeiðs-samur og hevði stórar lik-amligar kreftir. Eisini varhann sera røkin í øllum,hann hevði um hendur.Táið tíðini var eingin Al-mannastova at fara til, ogvit fáa eitt lítið innlit í,hvussu hart tað hevurverið at missa forsyrgjar-an frá fimm smábørnum.Mamma hansara tøtti fyritriðing, tað vil siga, at honfekk tógv frá bóndum har,so tá ið langomma hevðibundið tríggjar skipstroyggj-ur, átti hon tað einu, sumhon kundi keypa tað mestneyðturviliga fyri. Fyri atspara lýsið í kolini, plagdihon at baka drýl, tá iðmyrkt var blivið og brúkaljósið frá grúgvuni til atbinda við. Eisini hjálptimánalýsið, sum kom nið-ur ígjøgnum lítla glugganí tekjuni. Um morgnarnarplagdi ein drýlabiti at ligg-ja klárur til hvønn teirra.Men sum abbi plagdi atsiga: “Tá ið Harrin leggursína signing til, lagar altseg til tað besta”.

    Bað um navnið í dreymiUm navnið Petur Pauli erat siga: Ætlanin var, umhetta bleiv ein drongur, athann skuldi eita Pætur,eftir abbanum í Barbisto-vu. Meðan Elspa, mammahansara, gongur og bíðarog tíðin nærkast, at honskal føða,kemur maður tilhennara í dreymi. Hannspyr, um hann ikki kannfáa navnið á dronginum,sum hann fer at fáa. Hettahendi tvær ferðir. Hon var

    undarliga við, tí hon ken-di ikki mannin.Triðju ferðhann kemur, er ein konavið honum, sum nevndistGreta inni í Oyri. Honsigur:“Elspa kennir tú ikkiPól á Látrinum?” Honkendi hann ikki, tó athann var ommubeiggi tillangabba. Soleiðis bar taðá, at abbi kom at eita Pet-ur Pauli. Pól á Látrinumvar deyður nøkur ár fram-man undan. Hann fostraðiPoul, beiggja Havna-Jóan-nis upp. Pól var bara 3 ár,tá ið pápin doyði. Hannbleiv verandi á Eiði, festibúgv har, og var nevndur

    Havna-Pól.Ein av eftirkom-arum hansara er Svenningav Lofti. Teir áttu einasystir, sum æt Anna. Honbleiv fødd ein mánað aft-aná at pápin doyði. Honbleiv verandi hjá mammu-ni, sum breyðføddi tærvið ymsum hondarbeiði.

    Húsini í BarbustovuHúsini hjá ommu og abbaminnist eg soleiðis: Lítildurur, haðani ein hurðgekk beint inn í roykstov-una. Við síðuna var hurð,sum gekk inn í eitt rúm,har borð og vask var.Gólvið her var lagt viðhellum og sá vakurt út.Nær vatnið er innlagt veiteg ikki at siga. Nøkur árhava omma og abbi havtmoldgólv í roykstovuni,men so bleiv trægólv lagtá. Tað var evnað til úreinum ógvuliga stórumviðarbuli, sum abbi hevði

    funnið ein dag,hann var áfloti og hevði sleipað tillands. Húsini høvdu, sumvanligt var tá, koyggjureis-ing, so við tann vegginvóru koyggjur, og beinkirvóru fram við hinumveggunum. Men inn ímótiskilavegginum til stovunastóð komfýrur mitt fyri,og við síðuna av var torv-brík. Í rúmligu stovuni varvindeyga, við hvítum gard-inum og heklaðari blonduog song við hvítum seingj-arteppi við frynsum.

    Í stovuni var borð, ogstólarnir, sum stóðu runtborðið, vóru ógvuliga

    vakrir. Setrið var ljósarienn bakið og smá hol vóruí tí runda setrinum. Absa-lon ommubeiggi (á Skála)hevði keypt teir í Ong-landi. Har var bíleggara-ovnur, klokka við loddumog rósinmálaðari skivuhekk á vegginum. Undirloftinum hekk vøkurlampa, sum eg haldi megminnast hava hoyrt, atomma hevði arvað avDunganum. Í sambandivið koyggjureisingina varkovi, har hurðin var frástovuni. Eitt seingjarpláss,haldi eg, var afturat ístovuni, antin koyggja ellaforhang fyri. Borðið íroykstovuni kundi sláastupp á veggin, tá ið taðikki bleiv brúkt. Kúgvinstóð í kjallaranum, har varjarðarmunur, so eg haldiikki, at tað var fullur kjall-ari.

    Bar 680 pundEitt, sum abbi hevur veriðserliga kendur fyri, varhansara styrki og likams-evni.Tá ið hann bygdi særhúsini, bar hann ein steinúr norðaru á, nakað niðanfyri fyrstu brúgv, og varhann við í laðingini í veggi-num. Tá ið húsini blivuniðurtikin, hava eftirkom-ararnir varðveitt hendansteinin. Hann vigar 680pund og er til skjals hjáDánjal Paula Dalbø, sumer ein abbasonur. Hannliggur har sum eitt hav ogsigur sína tigandi søgu umsterkar menn og roysnis-

    brøgd í teirra dagligutilveru. Ikki fyri at fáa rósella heiðursmerki, men títeirra kargi gerandisdagurkravdi tað.

    Kendi muninmillum títt og míttAbbi var ógvuliga greiðurí hesum, hvat er mítt oghvat er títt. Tað hendi tá,ið teir settu línu, at onkurkom og setti niður yvirteir. Um so hendan línanstóð, tá ið teir drógu aftur,og onkur fiskur loysnaði áfremmandu línuni, tókabbi sær ikki fiskin, nei,hann tók og krøkti hannbetur uppá og slepti soniður aftur. Hetta hevurPalli beiggi mín fortaltmær.Hann plagdi at vera íbáti saman við abba av ogá.Abbi var hjálpsamur ogboð vórðu send eftir hon-um, tá ið nakað var áfatt íbygdini. Hann vandaði

    sær væl um matin.Tað varikki lukkuligt, tá ið vit ótuturran fisk, um vit tveittuskræðuna og ikki høvduetið alt, sum var úti íuggunum. Maturin var einGuds gáva.

    Av tí, at pápi hansaraátti bát saman við Skála-Hanusi, gjørdi hesin av, atabbi skuldi fáa sessin ábáti, sum faðir hansarahevði havt, hóast hannbert var 11 ára gamal.Hann skuldi hjálpa, umtað stóð á. Sostatt kundihann hjálpa til við húsar-haldinum. Hetta má havakomið væl við.Tá ið abbivar tilkomin fekk hannlønt Skála-Hanusi aftur,við at lata Líggjas á Fløtti-num, sum var einasti son-ur og yngstur av børnun-um hjá Skála-Hanusi, fáapláss á bátinum. Líggjasvar rættiliga ungur, tá iðpápin doyði.

    Abbi bleiv av bestu út-róðrarmonnum. Hann varskilamaður á sjógvi ogbátsformaður, tá ið teirum heystið róðu við seks-mannafari og um váriðvið áttamannafari. Abbivar í mong ár til lands íÍslandi, men bara ein túrtil skips við slupp. Skiparivar versonur hansara,Sámal Jákup við Gil íNorðragøtu. Sagt verður,at abbi var bestur at fiska.

    Tá ið tað ikki var far-andi á sjógvin, velti hannog fekk heiðurstekin fyrivakurt velta bøin.

    Abbi var ógvuliga gud-røkin maður.Hansara stól-ur í Gøtu kirkju stóð sjáld-an tómur, og tað skuldivera góð grund fyri tí, umabbi ikki sat har, tá iðgudstænastan byrjaði.

    Onkur her í Havn, sumkendi til ættina,hevur sagtmær, at allir teir gomluvóru avhaldsmenn og sam-bandsmenn, og soleiðisvar eisini við teimumgomlu í Gøtu.

    Navnið á abba hvarv úrGøtu, tá ið Palli bróðurflutti og búsettist í Klaks-vík.Nú eigur Jóannis,yngrisonur Petur Eli bróður,ein son, sum hevur fingiðgamla ættarnavnið PeturPauli. Hetta gleðir okkumalmikið, nú er aftur einPetur Pauli í Barbistovu íSyðrugøtu.

    Barbistova í Syðrugøtu Síðurnar 9,10, 15 og 16kunnu takastúr blaðnumNena Danielsen, f. Mikkelsen, ættað úr Syðrugøtu,

    hevur skrivað eina hugtakandi lýsing av ættini í Barbi-stovu í Syðrugøtu. Vit endurgeva her hesa áhugaverdulýsing av lívinum í Føroyum í farnum døgum

    Naena Danielsen

    Petur Pauli í Barbistovu, 1860-1936 og konan, Anna Kathrina, 1864-1945

  • Abbi og bróður hansaraMikkjal í Barbistovu,bygdusær hús nærindis gomluBarbistovuhúsinum, ið varniðanfyri Skansahúsini.Abbi bygdi fyrst.Tá ið soMikkjal er farin undir atbyggja, hevur hann hjálptbeiggjanum at laða grund-ina, tí vit vita, at har ígrundini stóð tann størstisteinurin, sum hildið verð-ur, at abbi hevur borið.Hetta var ein steinur, sumlá uttast í kósini.Tá ið hinyngsti sonurin Jákup And-rias tók tey gomlu húsininiður og bygdi nýggj ágrundina, varð hesin stein-ur lagdur, sum grundar-steinur í tí eina horninum.

    Mikkjal abbabeiggi fekksær konu úr Kúluni áToftum, Katrina Olsen.Tey fingu børnini:

    Elsebeth Mikkelsen (Els-pa), f. 1. okt. 1890, giftistvið Marius Olsen av Hús-um.Tey búsettust har,menfluttu seinni til Havnar.

    Jóhannes Mikkelsen, f.9. sept. 1894, giftist viðPetru Wolles úr Leirvík ogbúsettust í Syðrugøtu.

    Hansina Mikkelsen, f.10. nov. 1896, giftist viðMarius Frederik Joensenúr Kollafirði. Tey búsett-ust har.

    Michael Peter Mikkel-sen, f. 25. juli 1899, giftistvið Annu Margrethu Mat-ras av Norðoyri. Tey bú-settust í Klaksvík.

    Jóhanna Mikkelsen, f. 8.jan. 1902, var ógift.

    Jákup Andrias Mikkel-sen, f. 15. okt. 1904, giftistvið Mariu Solmunde (Miu).Hon var einkja eftir SofusSolmunde, sum fórst við“Immanuel”. Tey blivubúgvandi í Syðrugøtu.

    Elisabeth Mikkelsen(Betta), f. 23. jan. 1910,giftist við Sámal á Bergi úr

    Klaksvík. Tey búsettusthar.

    Tað var bara tún ímillumhúsini hjá abba og Mikkj-al. Sjey børn vóru í hvørj-um húsi og ógvuliga góðviðurskifti vóru millumhúsini. Tey runnu inn hjáhvørjum øðrum og spæl-du saman.Tað var sum eitthús. Hetta tætta vinsemibant tey saman alt lívið.

    Mikkjal við tí lættalyndinum.Abbi var hin bestemti ogálvarsligi maðurin, meðanMikkjal hevði eitt lættarilyndi og var altíð eitt stórtsmíl. Vit børn vóru góðvið hann. Eg havi skrivaðfyrr, at beiggjarnir vórugudrøknir menn, og kannhetta eisini siga nakað umtað, ið Palli bróður segðimær. Sum stórur smá-drongur plagdi hann at

    seta sildagørn við abba ogMikkjali. Tá ið liðugt var at seta, og teir sleptu kýk-in, plagdu teir at siga okk-urt sum: “Jesus veri viðokkum” ella “Jesus signiokkum”. Hetta gjørdu teirhvørja ferð.

    Nógv av Barbistovufólk-unum høvdu góðar hend-ur og snøgt var tað, teyfingust við. Skal eg nevnanakran ávísan í sambandivið húskið hjá Mikkjalabbabeiggja - tað kundiverið fleiri - so fari eg atumrøða Jóhannes hjáMikkjali. Hann var mask-inmeistari í turkihúsinum,alt eg minnist. Hann vararbeiðsformaður og um-sjónarmaður. Eg kundinokk givið honum fleirititlar enn, tí Jóhannesdugdi alt. Primussurinspældi stóra rollu í hvørj-um húsi og riggaði hannikki, sum hann skuldi,

    vóru tað nokk fleiri, sumfóru til Jóhannes við hon-um.Tá vóru ongar plastik-vørur. Føtini vóru úr leiriog fleiri, ið høvdu veriðóheppin at bróta eitt fat,fóru til Jóhannes at biðjahann um at stifta taðsaman aftur. Hetta vórubara tvey ting eg nevndi.Eg kundi blivið við, tíJóhannes kláraði alt.Eisinidugdi hann væl at um-stilla seg til tær ymiskuuppgávurnar í turkihúsi-num, sum kravdust, sohvørt sum tíðirnar broytt-ust. Jóhanna hevði eisinigóðar hendur. Hon starv-aðist sum seymikona.

    Tann,sum eg hevði mestsamskifti við, var Betta. Eghaldi, at henni hugnaði sovæl í Havn.Tá ið Sámal vartil skips, plagdi hon atkoma onkrar túrar suðurtil okkara. Eg kundi trygtfara burtur nakrar dagar

    at ferðast, tá ið Betta vareftir í húsinum, og okkarabørn vóru ógvuliga góðvið hana.

    Allir tríggir brøðurnir:abbi, Mikkjal og Jógvanáttu bát saman við Jákupog Petur Jakku ommu-beiggjunum, og samanvið Jógvan og Líggjas áMýruni og Petur Jakku hjáNellu.Hetta var áttamanna-far sum æt “Havfrúgvin”,ið mest varð brúkt tilnorðurhavsróður um vár-ið og til grindaróður.Tá iðPetur Jacob ommubeiggiseldi húsini, fylgdi báts-parturin við, so tað bleivEiðis Hans Jacob, sumkom at eiga hansara part.

    Teir tríggir brøðurniráttu eisini eitt seksmanna-far, sum æt “Delfinin” sam-an við ommubeiggjunumog Líggjas á Fløttinum.“Delfinin”bleiv mest brúkttil útróður um heysti.

    Av raskastuúróðrarmonnumBarbistovubrøðurnir havaverið av raskastu útróðr-armonnum, og gott evnihevur verið í øllum trim-um, tað hava vit hoyrtnógvar søgur um. Eg fariat lýsa teir tríggjar abba,Jógvan og Mikkjal viðhesum báðum.

    Einaferð fyrrapartin í1960-unum, vóru tveirabbasynir hjá Barbistovu-brøðrunum staddir niðriá lendingini í Lamba. Tákemur Kinna Jákup atpráta við teir og fregnastum, hvørjir teir vóru.Teirhalda, at so gomlum man-ni er best at siga, hvørjirabbarnir vóru. Annar sig-ur seg vera abbason PeturPaula í Barbistovu, hinsigur seg vera abbasonJógvan í Barbistovu. Tásigur Kinna Jákup: “Eittskal eg siga tykkum, taðskuldi vera góð manningvið seksmannafari, ið kun-di rógvið frá Barbistovu-monnunum við fýramanna-fari.”

    Jóhan Lamhauge, lærariá Toftum,fortaldi,at vegnaveður settu Barbistovu-brøðurnir upp í Lamba.Teir tóku línirnar á nakk-an og fóru til gongu inntil Gøtu. Morgunin eftirvóru teir aftur í Lamba,við egndum línum á baki-num, klárir at fara avstaðaftur til útróðrar.

    Reyp sigur onkur. Eghavi bara loyvt mær at tik-ið uppaftur nakað, sumaðrir menn hava havt ámunni.

    Mikkjal abbabeiggi ogKathrina fluttu til Kolla-fjarðar, til dótrina Hansi-nu, tá ið tey blivu gomulog doyðu út haðani.

    Síða 10 Nr. 325 - 2. september 2004

    Framhald á síðu 15

    Mikkjal abbabeiggi- føddur 25. november 1865

    Syðrugøta 1912-14. Hendan myndin er frá Fornminnissavninum/skrásetingarnr. 27/F062. Skipið er“Tjaldur” hjá DFDS. Húsini uttast til vinstru er ein útihandil hjá teimum á Gørðunum, sum varð rikin avLorvíks-Jóannesi. Seinni hevur Pól Gregersen bygt á grundini.

    Áhugaverd samferðslumynd úr Syðrugøtu. Poul Christoffur Poulsen fór uml.1926-27 at koyra ein lastbil, sum kommunan keypti. Seinni fekk hann postinat koyra í samband við mjólkarbátarnar. Hetta merkti eisini flutning avferðafólki. Hann fekk sær buss í 1932, og í 1936 keypti hann sær ein nýggjanog størri buss. Her sæst hann í nýggja bilinum saman við konu síni Kunoyar-Johannu.

    Mikkjal og Katrina.

  • Síða 11Nr. 325 - 2. september 2004

    FFiimmmm mmiilllliióónniirr bbrræævvbbjjáállvvaarr áá EEiiððiiÍ næst seinasta blaði vóruvit eisini á Eiði, har vitvitjaðu nýggja livravirkiðFaroe Marine Biotech. ÁEiði er ikki bert fiskur,hóast tað er fáar bygdir,sum eru so heftar at fiski-

    veiðu sum júst Eiði. Faravit nóg langt aftur í tíðina,mundi Eiði vera ein tanntýdningarmesta fiskivinnu-bygdin í landinum.

    Nú verða eisini bræv-bjálvar gjørdir á Eiði,og er

    hetta kanska ikki nøkurstór vinna. Men fyri nøkr-um árum síðani fingubrøðurnir Torleif og NielsEmil Andreassen samanvið svágrinum Tordi Nicla-sen tað hugskot, at bræv-

    bjálvar áttu vit at kunnagjørt í Føroyum. Hesirhøvdu higartil verið inn-fluttir, og tá fyritøkurynsktu at hava prentanavn á brævbjálvunum,vóru teir latnir inn á

    prentsmiðjur at prentanavn á.

    Hugsanin aftanfyri nýgg-ja brævbjálvavirki, sumfekk navnið Tonito, var, atframleiðslan av brævbjálv-um saman við prenting avfirmanavni skuldi verðagjørt á einum og samastaði. Hetta skuldi gerastein bíligari loysn, sumeisini tryggjaði, at alt ar-beiðið varð gjørt í landi-num.

    Úrslitið gjørdist gott ogTonito framleiðir nú einar

    5 miljónir brævbjálvar umárið, og er hetta umleið80% av allari nýtsluni íFøroyum.

    Á virkinum eru fimmarbeiðspláss. Hetta er eittfitt íkast í eini bygd sumEiði. Spurningurin er, umtað ikki hevði verið grund-arlag fyri øðrum fram-leiðslum eisini, sum einsvæl kundu verið gjørdar íFøroyum, og sum vit núinnflyta.

    Vit lýsa virksemið viðnøkrum myndum.

    T.v: Hjúnini Niels Emil og Hanna Andreassen ar-beiða bæði á virkinum.

    Niðast t.v: Her síggja vit Bjarka Ziska við einum avteimum framkomnu maskinunum, sum gera prent-aðar brævbjálvar burtur úr pappírsrullunum

    Niðast t.h: Hetta er ein rulla av pappíri, sum verðurnýtt til at gera brævbjálvar burturúr. Óásettar erurullurnar munandi størri enn hesar.

    Virkið hjá Tonito áhavnalagnum á Eiði.

  • Síða 12 Nr. 325 - 2. september 2004

    Á ferð í Suðuroy:

    Íbúð í Lopra

    Tað eru nógvir møguleik-ar fyri innivist ella bústaðiso at siga í allari oynni.Vitbúðu fýra dagar í Lopra.Her eru fýra íbúðir, sumeru gjørdar til fremmanda-fólk at búgva í, og sumkunnu leigast fyri einsámiligan pening. Taðriggaði eisini sera væl atbúgva her. Lopra er eittvakurt pláss, og bygdinliggur tætt upp at nøkrumav teimum mest spenn-andi náttúruupplivingum,sum eru at síggja í sunn-ara partinum av oynni.T.d. Beinisvør, sum er eitteinastandandi upplivilsi ígóðum veðri.Og nú slepsteisini lættliga til Sumbiargjøgnum bergholið.

    Okkara vitjan var heilttilvildarlig,samstundis sumvit høvdu ta áhugaverdu

    søguna um Lopra, sumAndrew Godtfred segðifrá í seinasta blaði. Hannvar leiðari á hvalastøðini í1948-52, og fingu vit eis-ini her íkast til hesa frá-søgn. Vit prátaðu viðmenn, sum minnast hesatíðina, og teir geva Godt-fred monnunum bestaummæli.

    Søgan um LopraVit fara at taka eitt sindurfram um søguna hjá Lopraog um søguna hjá hvala-støðini, sum vardi í uml.50 ár. Keldan er ErlingPoulsen, sum hevur skriv-að bók um hetta evni.

    Lopra er ein av teimumfimm niðursetubygdunumí Suðuroy. Í Lopra varslættlendi, so her bar væltil at velta. Fjøruslætt var

    og kyrrupláss, so tað barofta til at fara á flot. Taðeru nevniliga ættir, sumeru ringar í Lopra.

    Hildið verður at Lopravarð bygd í 1834. Fyrstimaður var Andreas Thom-assen úr Sumba, og hannlivdi 1778-1853. Konahansara Sunnuva SúsannaNiclasdatter, 1798-1874,var ættað úr Porkeri.

    Í 1845 eru tvey húskomin afturat og fólka-talið er nú 17.

    Í 1890 búgva 23 fólk íLopra, men í 1906 eru 7hús við 32 fólkum.Hendaøking stavar frá teirrinýggju hvalastøðini, sumer byrjað i 1901, og her-við byrjar eitt heilt nýtttíðarskeið, har tað eins ogí fiskivinnuni er gingiðbæði upp og niður. Hetta

    hevur verið galdandi bæðifyri nøgd av hvalum ogprísum á framleiðsluni.

    Fyrsta hvalaveiðufelagiðí Lopra var “Suderø”, sumhevur ein hvalabát “Tekla”,sum var keyptur fyri75.000 kr. Tað gekk vælfram til 1916, tá stígurmeira ella minni kom í.Veiðan byrjaði aftur fyrst í20-unum, og mitt í 20-unum fer “Suderø” á húsa-gang.

    Í 1928 byrjar ein nýggjtíð í Lopra. Tá er tað, atkendi danski grønlands-granskarin Einar Mikkel-sen fer at reka støðina.

    Støðin var í ringum standi,og nógvar ábøtur máttugerast. Úslitið varð eisinigott at byrja við, men sofóru lýsiprísirnir í botn ogí 1931 fór støðin á húsa-gang.

    Men henda tíðin var viðtil at skapa ein navnframandanskan listamann, nevni-liga Sten Havsteen Mikkel-sen, sum var sonur EinarMikkelsen. Nógv av hans-ara list hevur fingið íblást-ur úr Føroyum, og hettastavar frá tí tíðini, hannbúði í Lopra.

    Í 1932 keypur Gud-mund Mortensen støðina,og hann eigur hana, tilhon verður seld til teir hjáDias á Heyggi, soleiðissum vit hava umrøtt. Menárini 1935-39 er tann tíðin,sum Erling Poulsen kallar“Týskaratíðin í Lopra”, tátýskarar skuldu gera kann-ingar í samband við stór-hval. Teir gjørdu einaroyndarstovu við meiraella minni duldum enda-máli.Til hetta var tørvur áel-megi, og teimum fyri attakka, varð ravmagn lagtúr Vági til Lopra.

    SókninLopra er ein av teimumfýra bygdunum í SumbiarKommunu. Høvuðsbygd-in er Sumba, sum er tannstørsta við 280 íbúgvum,Lopra við 108. Akrar við29 og Víkarbyrgi við 2.Tann 1.10. 2003 búði tí-skil 419 fólk í sóknini.Hetta er ein minking ímun til árið frammanund-an, tá her búðu 430 fólk.Øll hendan minkingin ogmeira afturat er í Lopra,har fólkatalið er fariðniður við 20, meðan taðer farið upp í Sumba við 7fólkum.

    Men Lopra er von við

    skiftandi fólkatal, og kem-ur hetta av útlendska virk-seminum í bygdini. Táhvalastøðirnar vóru uppásítt besta, komu nógvirnorðmenn higar, og eftir-nøvn sum Nilssen og And-ersen stava frá hesi tíðini.

    Fyri nøkrum árum síð-ani kom higar ein heilurhópur av teilendingum,sum arbeiddu á flakavirki-num í bygdini. Hetta gavøkt fólktal, sum so minkaraftur næstan tilsvarandi, táhesi fólk flyta burturaftur.

    Men treyðugt so, nakrarav teilendsku kvinnunumfunnu sær dreingir ogmenn í Lopra og kanskaeisini aðra staðni í oynnivið. Og her eru eisinikomin børn burturúr ogfleiri eru væntandi, so taðkann í hvussu er sigast, atinnannøring (indavl) ikkier nakar trupulleiki í hesibygdini. Teilendingar fáaannars besta ummæli.Teyeru røsk og arbeiðsom ogkoma skjótt eftir føroyskamálinum.

    Beint nú verður tosaðum kommunusamanlegg-ing í Suðuroy. Borgmeist-arin í sóknini Jacob Vest-ergaard er talsmaður fyriat leggja alla Suðuroynnasaman í eina kommunu.Tað er tó ikki full undir-tøka fyri hesum, og fyri-bils verður tí tosað um atleggja Sumba og Tvøroyrisaman í eina kommunu.Hesum tykist tað als ikkiat vera undirtøka fyri. Íhvussu er ikki hjá teim-um, sum vit tosaðu við íteimum ymisku bygdun-um í sóknini. Her kennatey seg greitt nærri knýttat Vági, og at leypa uppum Vág til Tvøroyrar erikki ein nærliggjandi tanki.

    Hvørt summar plagar FF-blaðið at ferðast kring landið, og hava viteisini havt frágreiðingar frá hesum ferðum. Serliga eru tað teysmærru plássini, vit hava vitjað. Hetta fyri at kunna siga lesarumokkara, at her er nógv áhugavert at síggja, eisini slíkt, sum vitvanliga ikki geva okkum far um.Í báðum teimum seinastu bløðunum hava vit havt frásagnir úrSvínoy og Fugloy. Hesu ferð fara vit til Suðuroyar.

    Her síggja vit Jákup Joensen og Oluf Ungagarð inni á virkinum hjá Jákup.

    Virkið sær gott út og er væl útgjørt til flakaframleiðslu.

    Hetta er ein syrgilig mynd av upptiknari aliútgerð, og lýsir hetta hvussu illa stendur til í Suðuroynni.

  • Síða 13Nr. 325 - 2. september 2004

    Vinnulívið liggurstiltOkkurt má gerast á vinnu-liga økinum í hesum parti-num av Suðuroynni. Taðer nærum syndarligt atsíggja, hvussu alt liggurstilt. Smoltstøðir í ymiskubygdunum liggja stillar ogá bryggjulendinum í Lopraliggur hópin av upptikn-ari aliútgerð.

    Í Lopra búgva nógvirfiskimenn, og tað havaeisini í nýggjari tíð verið

    gjørdar royndir at fáa virk-semi á landi. Heri Hjelmroyndi við eini fiskamjøls-verksmiðju. Nakað vælseinni kom eitt sagverk,sum heldur ikki gekk.Síðani var eitt laksakryvji-virki bygt, men tað gekkheldur ikki. Seinni keyptiJákup Joensen hetta virki.Húsið varð nýtt til reið-skap hjá garnaskipinum“Vesturland”, sum Jákupátti.

    “Vesturland”varð seinni

    seld og Jákup leigaði virk-ið til flakavirkið, har ar-beiðsmegin fyri ein stór-an part vóru teilendingar.Hetta virksemi helt eisiniuppat, og leigumálið gong-ur úr í heyst. Og tá erJákup hugaður fyri at setavinnuligt virksemi í gongd.Virkið er nú nærum eittframkomið flakavirki viðallari útgerð og skuldihavt allar møguleikar atgjørst eitt støðugt arbeiðs-pláss.

    Vit hittu Jákup - sumannars er sumbingur.Fyrstí 1960-unum var hann einav teimum, sum keyptilínuskip til landið, og varhetta “Akraborg”. Men taðvar alt ov strævið at reiðaskipið út frá Sumba, soJákup flutti til Lopra, sumbert er nakrar fáar kilo-metur frá Vági.

    Vinnuliga søgan hjá Ják-up er annars sera merkis-verd.“Akraborg” varð mittí 60-unum riggað um til

    kraftblokk, og hetta varðbyrjanin til eina ta størstufiskivinnufyritøkuna, vithava átt í Føroyum ínýggjari tíð. Jákup fekkein flota av skipum ogikki minst eitt tað mestframkomna flakavirki ílandinum, Polarfrost.

    Sum eitt dømi um,hvussu væl tað gekk,kannnevnast, at í tíðini hjá rá-fiskanevndini vóru fýravælrikin virki vald út til atrokna út tær útreiðslur,sum skuldu vera grund-arlagið fyri prísútrokning-ini. Men meðan øll onnurvirki høvdu rentuútreiðsl-ur, hevði Polarfrost rentu-inntøkur. Tað vil siga, atvirkið átti meira peningenn tað skyldaði.

    Tað er hugvekjandi oghugstoytt, at tað ikkihevur verið brúk fyri jústeinum slíkum virki aftanákreppuna, tá áttu vit jústat havt brúk fyri tí.

    Hóast hetta, endaði taðvið, at alt virksemið hjáJákupi reyk. Seinni royndihann seg í poltikki og

    varð valdur inn á ting í1994.Hann hevur tó helstikki verið tann stóri tak-tikkarin at útvega atkvøð-ur til sín sjálvs, so hannvarð ikki afturvaldur.

    Men Jákup hevur ikkigivið skarvin yvir.Vit hittuhann inni á virkinum, harhann gjørdi onkra ábót.Og hóast hann verður 75ár í heyst, so umhugsarhann, hvussu hann kannfáa virkisemi aftur í húsið.Og her hevur hann í øll-um førum ein førleikasum fáur. Vit kunnu bertynskja honum góða eyd-nu við ætlanunum.

    Annars kunnu vit mælaøllum føroyingum til atfara ein túr til Suðuroyarat ferðast. Fólkið er blíttog fyrikomandi og nógver at síggja. Skipað verðureisini fyri spennandi til-tøkum og gongutúrum.Sagt verður, at tað erstórur vøkstur í fólki, sumfer til Suðuroyar at ferð-ast. Og tá nýggi “Smyril”kemur, verður tað ennmeira spennandi.

    Bygdin í Lopra er vøkur og her er hugnaligt at vera.

    Akrar er tann minna bygdin.Akrar og Lopra hava annars felags skúla - á Leiti - mitt millum bygdirnar.

    Í Lopra rendu vit okkum í eitt fitt vinalag tvørturum knøttin. Fríða av Eiði var fyri nøkrum árumsíðani í New Zealandi, har hon gekk í skúla í eittár. Nú var vertsfamiljan komin at ferðast, og Fríðasaman við dronginum, Eyðfinni, var farin eitt leggsuður til Lopra við teimum.

    Í Akrabyrgi er sera vakurt.

    Vit vóru víða um í Suðuroynni og komu eisiniSandvíkar, har teir eru í holt við at gera ein minnis-varða yvir Sigmund Brestisson júst á tí plássi, hannmisti høvdið.

  • Síða 14 Nr. 325 - 2. september 2004

    Tað má sigast, at tað hev-ur gingið framá við dráps-háttinum av grindahvali íFøroyum. Fyri bert fáumárum síðani,var øll heims-pressan eftir okkum avhesi orsøk. Síðani erurættilig stig tikin til atbroyta drápsháttin tannrætta vegin og her eigurikki minst Justines Olsen,

    djóralækni ein stóran leik-lut.

    Uttan iva hava tíðindium hetta verið at frætt útií heimi, tí í seinastu vikuhøvdu vit vitjan av einumgranskara úr Japan, sumkom higar at kanna,hvussu vit drepa grind ogat finna út av, um teirkunnu læra av okkum.

    Tað er japanarin Toshi-dide IWASAKI, sum var íFøroyum í fýra dagar. Vithittu hann á náttúrugripa-savninum, har hann helttil, meðan hann vitjaðiher. Dagliga arbeiðir hanná japanskari fiskirann-sóknarstovu á eini serligadeild, har m.a. smáhvalurhoyrir undir. Vit hava tómest hoyrt um japanskastórhvalaveiðu, sum IWCav øllum alvi roynir atseta seg ímóti. Hendaveiðan, sum fyrr hevðistóran týdning fyri Japan,er nú avloyst av eini av-markaðari vísindaligarihvalaveiðu. At tað so eronkur, sum heldur, at taðvísindaliga bert er eitt pá-skot fyri vinnuliga veiðu,er ein onnur søga.

    Dagliga arbeiðið hjá

    Toshidide er innan smá-hvalaveiðuna, sum ikki erfevnd av IWC. Nógv sløgav smáhvali eru, men íhesum førinum verðahvalirnir býttir upp í tveirhøvuðsbólkar - smáhvalirog delfinir.

    Minsti bólkurin fevnirum smáhval, og har er soaftur ein bólkur, sum fevn-ir um eitt slag av grinda-hvali. Veiðikvotur eru á-settar, og samlaða kvotaner umleið 200 hvalir árliga.Hetta munar ikki nógv tiløll tey fleiri enn 100 miljav fólki, sum búgva íJapan. Fyri vanliga japan-aran hevur grind ellatvøst ikki tann stóra týdn-ingin. Hesin maturin hev-ur størstan týdning sum“andalig” føði, ella í sam-band við mentan o.t.

    Veiðan av delfinum ertann sum hevur størstantýdningin. Tað eru nógvsløg av delfinum og kann-ingar vísa, at teir ymsudelfinstovnarnir telja um-leið 1,5-2 milj. samanlagt.Stórt sæð verður roknaðvið, at ein delfin ikki gerstlongri enn ca. 3 metrar ogat árliga veiðan eftir del-finum árliga liggur upp á15 - 18.000 delfinur, so

    eingin ivi er um, at hettaer ein burðardygg veiða.

    Veiðukvotur verða ásett-ar. Fyri smáhval verðurkvotan sett fyri Japan sumheild, meðan kvotur fyriveiði av delfinum verðurásett fyri tey ymisku økinisær.

    KanningarStovnurin Cetacean Popu-lation Biology Section gernógv við at kanna hvala-stovnarnar. M.a. verðurhvalur merktur, og kann-ingar verða eisini gjørdaryvir fylgisvein.

    Í Japan verða tveir høv-uðshættir nýttir, tá hvalurskal drepast. Annar er atskjóta hvalin við hondhar-pun.Hetta sigst at vera einhampiliga tryggur dráps-háttur. Hin er at rekahvalin inn á eina vík, ogsíðani seta nót fyri, áðr-enn drápið byrjar. Hettaer ein háttur, sum minnirum tann, sum áður varð

    nýttur í Vestmanna.Tað erí hesum førinum, at jap-anar hava trupulleikar viðdrápsháttinum, og roknateir við, at teir her kunnufáa hjálp úr Føroyum.

    Um japanska fiskiveiðusigur Toshihide, at hongongur illa eins og nógvaaðra staðni í heiminum.Serliga er tað trupult hjáuppisjóvarflotanum, menveiðan fram við landigongur hampiliga væl.Innan alingina stendurhampuliga væl til og herer tað alingin av skelja-djórum, sum er høvuðs-vinnan.

    Meðan Toshihide var íFøroyum, hitti hann fleiriføroyingar, ið hava kunn-leika um grind. M.a. hittihann Ólav Sjúrðarberg,formann í Grindamanna-felagnum.

    Kanska fara vit at frættanærri, um, hvussu taðgongst við at broyta dráps-háttin av smáhvali í Japan.

    Úr Japan til Føroyar at kannadrápsháttin av grindhvali

    Toshihide IWASAKI á djórasavninum.

    Japansk merking av delfini.

    Ein partur av mann-ingini á djórasavni-num f.v. Høgni Arn-bjarnarson, SólveigSørensen, AstridAndreassen ogBergur Olsen.

  • Nr. 325 - 2. september 2004 Síða 15

    Framhald á næstu síðu

    Tann yngsti beiggi abbavar Jógvan á Lakjuni.Hanngifti sær Lakju-festið til.Festið er 3 merkur. Konahansara,Malena FredrikkaTrondesen,doyði í barsils-song við fyrsta barni teirra,eini dóttir, sum kom ateita Malena Sofía, fødd 5.nov. 1893. Hon tók ikkivið festinum á Lakjuni, táið hon vaks til, tí hon gift-ist við bónda á Viðareiði,Niels J. Matras, og festubúgv í býlinginum áHeygum - 8 merkur. Jógv-an abbabeiggi giftist upp-aftur við konu frá Skála-botni, Maria av navni.Teyfingu børnini:

    Johannes Mikal Mikkel-sen, føddur 6. nov. 1898,uppkallaður eftir Havna-Jóannis. Hann festi garðineftir faðir sín. Hann giftistvið Lenu Petersen, ættaðúr Ólavstovu í Syðrugøtu.

    Inga Mikkelsen, f. 31.des. 1899. Hon var ógift.

    Petur Mikkelsen,f.9. juni1901, giftist við KathrinuZachariassen úr Norðra-gøtu (Jákupstovu).

    Edvard Mikkelsen, f. 4.juni 1903,giftist við SannuOlsen úr Tøvuni við Gøtu-gjógv.

    Elspa Sofía Mikkelsen, f.15. jan. 1905, giftist viðAnthon Hansen frá Vejle,Danmark. Tey búsettusthar.

    Olivar Mikkelsen, f. 21.mai 1906, vaks upp “fyrioman Oyruna” í Syðru-gøtu. Hann fórst viðsluppini “Verdandi”, sumgekk burtur við mann ogmús í 1944.

    Martin Mikkelsen, f. 22.nov. 1912, var ógiftur.

    Petra Mikkelsen, f. 29.jan. 1914, var yngst avsystkinunum, men doyðilongu í 1927 av vanlukku.

    Inga var rættiliga tilkom-in, tá ið hon saman viðbeiggjanum Martin fluttitil Havnar, har tey bæðikeyptu sær hús úti í Grøn-landi. Inga var ein ógvu-liga dugnalig seymikona,og man tað hava veriðstórur saknur hjá bygda-fólkinum, tí nógv vórutey, ið heittu á Ingu, tá iðeitt pent plagg skuldiseymast, ella hon klipti tilfyri tey, sum seymaðupløggini heima. Ikki mantað hava verið nógv, honhevur fingið fyri sítt ar-beiðið í teimum vánaligu30-árunum.Inga var hjarta-góð og ógvuliga ættarkær.

    Heim teirra í Havn varaltíð opið fyri familju ogvinfólki úr Gøtu. Ingaseymaði klæði til Havna-fólk, til hon var kominlangt upp í árini. Eg minn-ist Ingu seyma mær ogsystrunum kjólar til einarpáskir. Teir vóru myrka-reyðir við hvítum blondu-kraga. Teir vóru vakrir. Tatíðina seymaði hon í húsi-num hjá Edvardi, beiggjasínum. Edvard og Sannafluttu yvir undir Gøtueiði,seldu húsini í Gøtu ogbygdu av nýggjum haryviri. Tey vóru ógvuligablíð at koma inn til.Tá varnógv sild at fáa á Skála-fjørðinum á hvørjum ári,og tað var góð inntøka ítí. Tað var nokk atvoldintil, at tey við húski fluttuúr Gøtu. Men Edvard bleivikki gamal maður. Hanndoyði av sjúku í 1948,bara 45 ára gamal. Seinnigiftist Sanna uppaftur, viðAndrias Øre úr Beitinum íSyðrugøtu.

    Av húsi at lurtaeftir radioEdvard seldi húsini tilPoul Huus systkinabarnpápa. Poul Huus var skip-ari, hann førdi “Vilhelm-inu”, so hann átti radio.Tað var langt ímillum hús-ini,har eitt radiotól var.Tóhøvdu flestu skiparar eittradio. Í bardagaárunumkundu vit hoyra jólaheils-ur úr Danmark. Hetta varstórt upplivilsi, tí ikki bartil at skriva ella tosa sam-an, og einki samband var

    annars millum londini.Tá ið so jólaheilsanirnarkomu, fór maður av húsiat lurta eftir jólaheilsan-um í teimum húsunum,har eitt radiotól var, ogtað var ofta hjartaneman-di at hoyra hesar heilsan-irnar. Eg plagdi at faraoman til Poul at lurta, távar fyrra kona Poul á líviog har var gott at koma.Eisini høvdu vit eitt ser-liga gott forhold til húsiðhar, tá ið Sanna, seinnakona Poul, kom av Hvíta-nesi. Hon og Sigurd, mað-ur mín,høvdu verið spæli-børn saman har, og taðvar hugnaligt at vera sam-an við teimum, gestablíðsum tey vóru. Í dag býrabbasonurin har, ið eiturPoul Huus Sólstein.

    Lærari í Lorvík í 43 árNú fór eg líkasum burturfrá ættini á Lakjuni. Peturfór til skips 14 ára gamalvið deyðsiglara, við samaskipi, ið bróðurin Jóhan-nes sigldi við. Hann var tilskips í 7 ár.Teir vóru sumoftast bestir at fiska, taðvar sjálvdráttur. Tað láógvuliga væl fyri hjá Barbi-stovumonnunum at fáafisk. Petur fór 2 vetrar áháskúla, tí hann hevði settsær fyri at læra til lærara.Tað vóru nógvar umsókn-ir til læraraskúlan hettaárið, tí var sera spennandiat fara til upptøkuroynd-ina, tá ið hann visti,at berttey dugnaligastu høvduvón um at verða tikin við.

    Konoy, lærarin í Gøtu, lathann koma at undirvísanakrar dagar í skúlanumhar, fyri soleiðis at leggjahonum lag á, og Peturstóð royndina. Hann gekká læraraskúla frá 1923-26.Hann fekk beinanveginlærarastarv í Leirvík, menhar var einki skúlahøli.Óli hjá Guttormi sat íbygdaráðnum og fekkhann konu sína Elspu atlata Peturi báðar stovur-nar til at undirvísa í, oghetta helt áfram í 4 ár.Petur segði seinni, athetta vóru hansara bestudagar í Leirvík. Elspa ogPetur vóru systkinabørn,og man tað hava gjørt sítttil, at hon hevur latið særlynda onga stovu at hava.Tá ið hann í 1969 legðifrá sær vegna aldur, hevðihann verið lærari í Leirvíkí 43 ár og bleiv alla sínatíð nevndu Petur lærarin.Nú fluttu Petur og konantil Havnar og bygdu særhús har, tí at nú vóruflestu børnini búgvandi íHavn.

    Ærin bjargaðiJógvaniSagt verður frá, at Jógvanabbabeiggi eina ferð fekkboð um eina ær, sum varfarin av haga. Hon varkomin inn norðuri á Oyri.Hann fór avstað eftir ær-ini, men tá ið hann var áveg eysturum aftur, brastkavaódn á av ringasta slag,so hann ikki sá fram umnøsina. Hann bleiv greið-ur yvir, at hann, staddur

    uppi millum fjalla, ikkikundi halda leiðina áfram.Hann fær sær skýli aftur-undir einum steini. Harsat hann alla náttina, með-an kavaódnin leikaði í viðærini tætt inn at sær ogkíndi henni um snáina.Hetta var hansara bjarg-ing. Hitin frá ærini gjørdi,at hann ikki frysti í helhesa náttina.Hann kom athava stóran alsk til hesagóðu ær;hann koyrdi hanaongantíð aftur í hagan.

    Gomlu húsini á Lakjuniminnist eg einki til, menhar hevur nokk verið lágtniður til túnið á tí síðuni,har koyggjureisingin var.Mær er fortalt, at tá ið

    grasið síðkaði á tekjuni,fór ærin uppá tekjuna ateta tað. Abbabeiggi hjúkl-aði um ærina á allan hátt,til hon doyði 16 ára gom-ul.

    Duldi dreymurinÁðrenn eg sleppi Lakju-húsinum, fari eg at greiðafrá nøkrum, ið ommafortaldi okkum. Ein bóndiá Lakjuni - eg haldi tað varverfaðir abbabeiggja, hannæt eisini Jógvan - lætnýggjan bát byggja. Umnáttina kom ein maður tilhansara í dreymi og sigur“hasin báturin verður lík-kista tín”.Árini gingu,hannsegði ongantíð nøkrumfrá dreyminum. Ikki varsørt, tá ið hann var á út-róðri, og illveður kom áteir, at hann hugsaði, umhetta mundi fara at verðalagnudagur hansara. Meneina náttina var stóruruppgangur, og báturin hjáLakjubóndanum bleiv tik-in út av brimi. Um morg-unin lá hann sum pinna-brenni á sandinum. Umnáttina kom maðurin frádreyminum aftur og segði:“Skam fái tú, sum dreym-in duldi”.

    Eg minnist til Petur,Mal-enu Sofíu og Ingu, at teyaltíð komu inn á gólvið atvitja familjuna, tá ið teykomu til Gøtu. Í hesumvóru tey ógvuliga trúføst.

    Bóndin á Lakjufestinumí dag eitur Jóannis Mikkel-sen. Eftirkomararnir hjáHavna-Jóannis hava varð-veitt navnið í bygdini.

    Jógvan abbabeiggi - føddur 13. februar 1868

    Jógvan á Lakjuni saman við soninum Martin.

    Gomul mynd úr Syðrugøtu. Hendan myndin er frá umleið 1920 og stavar frá Norðoya Fornminnissavni.Húsini uttast t.v., har tveir mans standa frammanfyri, er á Lakjuni. Húsini við tveimum vindeygum ískjøldrinum er gamla Bartalstova. Beint aftanfyri er handilin hjá Absalon á Dunganum, seinni hjá JóanEliasi.

  • Síða 16 Nr. 325 - 2. september 2004

    Báðar abbasystrar okkaraPetra og Emilia blivu gift-ar yvir í Tjørnustovu íNorðragøtu við hvør sín-um beiggja. Petra var elstav systkjunum hjá abba.Hon giftist við AbsalonJacobsen, ið festi Tjørnu-stovugarðin, sum var 2merkur.

    Elsti sonur teirra ÓlaJákup, f. 8. mai 1888, gift-ist við Elspu Sofíu Jacob-sen av Skipanesi. Hon varsystkinabarn við børninihjá Jóhan Dávid úti á Fløt-um í Norðragøtu. Hon varnógv her, tí her hugnaðihenni so væl.Táið tey gift-ust, hevði Óla Jákup bygteini rættiliga stór hús -eftir tátíðarmeti - á grund-ina, har tey gomlu Tjørnu-stovuhúsini stóðu. Menteimum var ikki laga atliva nógv ár saman. Teyfingu tveir dreingir, Vil-helm og Albert.Men ElspaSofía, móðir teirra, doyðilongu, tá ið Albert bert var7 vikur gamal. Marin íMortanstovu, ið var abba-systir hansara, tók hann tilsín og fostraði hann upp.Vilhelm bleiv verandi hjápápa sínum í Tjørnustovu.

    Eg minnist ikki so nógv

    til Petru abbasystur. Eghavi onkuntíð verið inn ágólvið við abba, og honvar so hjartans blíð. Onk-ur,eg havi tosað við, sigur,at hon altíð var so rólig ogsmílandi at møta, hóasthon ikki altíð hevði tað solætt.Kvøldið fyri sum abbidoyði, 5.januar 1936, komhon yvir til okkara og sathjá abba eina løtu. Teyvistu, at tey komu ikki atsíggjast aftur á lívi.

    Óla Jákup kom at sitadrúgva tíð við festinum.Eldri sonurin Vilhelm, sumvar í Danmark og fekk særútbúgving, kom at støðasthar øll bardagaárini, menkom so heimaftur og festigarðin eftir pápan. Hannog konan Elisa, ið var úrHavn, blivu búgvandi íTjørnustovu, til tey vórugomul.

    Jóhannes Jacobsen, f.27. okt. 1889, var ógiftur.Hann átti hús sjálvur oghevði handil har.

    Dorius Jacobsen, f. 8.mai 1892, búsettist í Vágiog fekk sær konu haðani.Hann bleiv 100 ára gamal.

    Elieser Jacobsen, f. 16.sept. 1894, giftist við Sun-nivu Heinesen úr Súna-

    stovu. Tey búleikaðust íNorðragøtu alla teirra tíð,og Sunniva náddi ein høg-an aldur.

    Bernhard Jacobsen, gift-ist við Gittu Poulsen, iðvar ættað undan Liðanumí Norðragøtu. Eisini teyblivu búgvandi í Norðra-gøtu.

    Emilie, Milja, Jacobsen,f. 29. sept. 1899. Hon varyngst av øllum systkjun-um í Tjørnustovu. Hongiftist við Elias Tvørfossúr Norðragøtu og teybúsettust har.

    Tann, sum so var borintil festið í Tjørnustovuaftan á Vilhelm, var ÓliJacobsen. Eg veit ikki umvit kunnu siga, at alt fór ífisk hjá Óla, men hugurinstóð ikki til at røkta seyðúti í Gøtulíð.Tá hevði fak-felagsarbeiði størri áhuga.Hann gjørdist formaður íFøroya Fiskimannafelagog hevur røkt hetta starvstak hegnisliga, so hannnú kann síggja aftur á 30ár í hesum sessi, sumtykist vera sera tryggur, táið vit hugsa um, at hannjúst er afturvaldur uttannakað mótvalevni.

    Petra abbasystir- fødd 14. apríl 1858 Emilja var yngst av øllumsystkjunum hjá abba. Hongiftist við Petur Paula í

    Tjørnustovu í Norðragøtu.Hon doyði í barsilssongvið tí fimta barninum,sum var ein drongur, sumkom at eita Emil eftirmammu síni. Hann bleivuppfostraður hjá MarinElisabeth, dóttir til Hanusbónda við Gøtugjógv. Sjálvhevði hon átt ein son,sum doyði 2½ ára gamal.Eina tíð aftaná doyði mað-ur hennara, Kristian avSýnini í Lamba. Tá barMarin Elisabeth barn und-ir belti og fekk eina dóttir.Hóast ongan forsyrgjara,tók hon Emil til sín. Teybúðu úti í Heygsmørk íSyðrugøtu, og har sleitEmil sínar barnaskógvar.Tá ið dóttirin, ið var gifttil Suðuroyar, doyði fráfleiri smábørnum, bleivhon verandi har hjá ommu-børnunum í móður stað,og Emil fór til Suðuroyarvið henni.Tá hevur hannverið um konfirmerings-aldur.Tey komu ongantíðaftur til Gøtu.Tá ið Emiljavar deyð, blivu tey flestubørnini fostrað upp uttan

    fyri heimið. Jákup vaksupp í Pállstovu í Norðra-gøtu. Jóhannes vaks upp íLeirvík. Hann og konanHansina búsettust á Geil-ini í Leirvík. Kristiannavaks upp í Uppistovu íLeirvík. Hon giftist svensk-ara Runvall av navni. Teybúsettust í Havn, har hannarbeiddi sum kavari. Teyfluttu seinni til Noregs ogblivu búgvandi har. Elspavar tað einasta av børn-unum, ið bleiv verandi hjápápanum, sum kom ateiga endan av einum hús-um úti á Fløtum í Norðra-gøtu. Táið so Elspa giftisttil Leirvíkar við Óla hjáGuttormi, flutti pápin viðhenni.Petur Pauli í Tjørnu-stovu doyðu út haðani.

    Tað, sum eg her festi áblað, minnist eg av góð-um grundum einki til,men tað er fortalt mær, atPetur Pauli var millummenn, ið vóru á heimvegvið “Vågen” í tí tiltiknaódnarveðrinum, sum vithoyra um í vísuni hjá J. P.Gregoriussen.Hann hevðihús standandi í gerð og ísama ringa landnyrðings-storminum, ið er ringasta

    ætt í Norðragøtu, fórst alt,sum upp var komið. Tað,sum tey tá komu at húsastí, var bert ein lítil kroysa.

    Av tí,at abbasystur doyðiso ung, og flestu børninifóru úr heiminum, kennieg lítið til tey.Tó kann egminnast Elspu hava búðhjá okkum eina ferð, helstí sambandi við at missi-ónsvika var í Gøtu. Elspadoyði í góðum árum.Gøtu-Jákup, ið vaks upp íPállstovu, livdi fleiri áreftir, at eg kom til Havnar.Hann og konan Hannabúðu undir Ryggi.Tey áttubara ein son, Emil. Hannog konan Frida búsettustá Hoyvíksvegnum yvir avGlaðsheyggi, har eftirkom-arar hansara búgva enn.

    Tá ið tíðini fóru nógvarungar gentur norðanfjørðstil Suðuroyar at arbeiðafisk. Har ímillum var einung genta úr Kollafirði,sum æt Anna Sofía Debes.Tað rann saman millumhana og Emil og soleiðiskom hann norðuraftur.Tey giftust og búsettust íKollafirði.

    Emilja abbasystur

    Petra og Absalon í Tjørnustovu

    f.v. Brøðurnir Mikkjal og Petur Pauli Mikkelsen, Hendrik Huusgaard, MýruJógvan og Líggjas Huus.

    Vit hava ikki fingið nakra mynd av Emilju og Peter Paula. Í staðin hava vitmynd av trimum abba- og ommubørnum teirra. f.v. Elaina, Petur Emil ogGunna. Elaina skuldi eita beint eftir ommu síni, men gummarnar vildu taðøðrvísi. Men Petur Emil, sum doyði í fjør, kom at eita eftir teimum báðum.

    Í túninum her lá gamla Barbustova.Húsini t.v.vóru upprunaliga tey hjá Mikkj-ali, men sonurin Jákup Andreas tók tey niður og bygdi av nýggjum. Her býr ídag tann 99 ára gamla Mia, sum er einkja eftir Jákup Andreas. Húsini t.h. erutey fyri oman Oyruna.

  • Síða 17Nr. 325 - 2. september 2004

    Líggjas hevur nú gjørttrolgrunn á hjólumFiskirannsóknarstovan hevur sent út sína ársfrágreiðing fyri 2003. Vit endurgevatann partin, sum snýr seg um umhvørvisligan trolgrunn. Vit fara at greiða frámanninum aftanfyri trolgrunnin, Líggjas Hansen, og er hetta ein lívsjáttandi søga,sum saktans kann tola at verða endurtikin.

    Líggjas var upprunaligafiskimaður, fór so á mask-inskúla og sigldi við m.a.“Heldarstindi” í fleiri ár.Men áðrenn tað var hannvið “Kappanum”fyrst í 70-unum,tá byrjað varð rættu-liga at trola á føroyskulandleiðini.Hetta gav Líggj-asi áhuga fyri, hvussu trol-veiða kundi gerast minni“oyðandi”, so tað slapstundan at grópa botninupp við teimum gamal-dags grunnunum.

    Men fyri einum 15 árumsíðan hendi nakað, sumkundi havt sligið manganmannin út. Hann gjørdistsjúkur í høvdinum, og úr-slitið var, at hann gjørdistnærum blindur.Men hettahelt honum ikki frá atleggja í vaðið við einum

    ídni, sum tey fægstu viðfullum førleika kunnufylgja við í. Hann hevur ífleiri ár framleitt bustir tillínuskip, sum verða nýttartil at reinsa húkarnar fyrigamalt agn. Men tað erfyrst og fremst trolingina,sum Líggjas vil gera meiraóskaðiliga, og hetta biksarhann við á verkstaðnumhjá sær.

    Fyrst bustir í staðinfyri keturFyrsta verkætlanin hevurverið bustir, sum skulunýtast í staðin fyri keturhjá trolarum, sum roynaeftir flatfiski. Endamáliðvið ketunum er at grópaso mikið í botninum, atflatfiskurin kemur uppfráog skal so enda í troli-

    num, og hugsanin viðbustunum er, at tær skulugera sama arbeiði, men atbotnurin sum so ikki skalskalast. Bustirnar havaverið royndar umborð á“Fiskakletti”, og tær vórusum heild positivar. Sigastkann í hvussu er, at veið-an gjørdist ikki verri, oghetta er í sær sjálvum eittgott framstig.

    Síðan grunn áhjólumMen síðan fór Líggjas eittstig víðari, og tað er atgera eitt heilt nýtt slag avtrolgrunnum. Trolgrunnarí dag eru fastir,og tí slepstikki undan, at teir so ellaso skala botnin. Um hesinskaðin er varandi, oghvussu nógv hann merkir

    eina oyðilegging av botni-num, er eitt standandistríðsmál millum tey, sumeru fyri og ímóti troli, ogskal ikki komast inn áhetta mál her. Men hug-skotið hjá Líggjasi er seraeinfalt at seta hjól á grunn-in. Hetta ger so tað, atgrunnurin fer “koyrandi”eftir botninum, og hettaskuldi so merkt, at botn-urin verður spardur sam-svarandi. Hetta má sigastat vera rættuliga kollvelt-andi hugskot. Fiskirann-sóknarstovan vísti hug-skotinum áhuga,og hevurarbeitt við tí í fleiri ár, oggrunnurin hevur veriðroyndum við ymiskumskipum. Og nú metirFiskirannsóknarstovan, atLíggjas er við at røkkamálinum.

    UpprunaligagøtumaðurLíggjas er 60 ára gamal.Hann er upprunaligaNorðragøtumaður, sonurSámal Petur í Køkinum,og Jóhonnu Malenu, sumvar ættað úr Mortanstovu.Men mamma hansaradoyði, tá Líggjas var um10 ára aldur. Tá fór hanntil Leirvíkar at búgva hjásystir síni, Elinborg, sumstutt frammanundan vargift við Johan Lervig. Sein-ni hitti Líggjas sørvágs-

    gentuna Jonnu, og so varhansara lagna avgjørd.Teyeiga trý børn og fitt avbarnabørnum.

    Samanumtikið kann sig-ast, at Líggjas hevur vísteitt gott fyridømi við ikkiat geva upp fyri slíkumbakkøstum, sum hannhevur verið úti fyri. Ognú hevur hann sum sagtrokkið málinum, ið hannhevur arbeitt við í somong ár.

    Og nú mugu vit bertvóna, at hansara avrikveruliga verður havbotni-num kring Føroyar atgagni.

    Vit vilja ynskja Líggjastillukku og vænta, at hannman fara í holt við einanýggja verkætlan, nú hen-da er komin á mál.

    Verkið liðugtSíðan henda greinin erskrivið og uppsett erLíggjas knappliga deyður.Greinin verður tó prentaðsum ætlað, og minningar-orð um Líggjas eru á síðu20.

    Líggjas arbeiðir við ein skúr hjá kommununi ogkann nýta verkstaðið har.

    Hest sæst nøkurlunda hvussu grunnurin sær út.

  • Síða 18 Nr. 325 - 2. september 2004Síða 18

    Dekkarar tilFiskiveiðieftirlitiðEitt fast starv og tvey avloysarastørv sum dekkarará skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum verða herviðlýst leys at seta sum skjótast.

    Arbeiðið umfatar at ganga vakt og annars taka lut ívanligum skipsarbeiði.

    Førleikakrøv:

    · Lýkur minstukrøv fyri undirmenn, ið ganga brúg-vavakt sambært STCW II/4

    · Heilsuváttan fyri sjófólk (uttan avmarkingar ogskikkaður til kagtænastu)

    · Trygdarskeið krevja vit fyri avloysarnar

    · Skeið, so sum eldsløkking, fyrstuhjálp og onnur íeru viðkomandi fyri starvið er ein fyrimunur, tóikki ein treyt

    Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millumFíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanar-økið er Fiskimálaráðið og stovnar undir tí. Tæn-astustaðurin er í løtuni Fiskiveiðieftirlitið.

    Avloysarastørvini eru avmarkað til juli 2005.

    Skrivlig umsókn við: CV, avriti av prógvum ogmøguligum viðmælum, skulu vera Fiskiveiðieftir-litinum í hendi í seinasta lagi 8. september 2004 kl.1200.

    Í umsóknini skal greitt tilskilast, um søkt verður taðfasta starvið ella eitt av avloysarasørvunum.

    Umsóknir skulu sendast til:

    FiskimálaráðiðAtt.: FiskiveiðieftirlitiðPostsmoga 347110 Tórshavn

    Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við atvenda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 35 30 30 ogtosa við Jóannes Heimustovu, samskipara.

    FISKIMÁLARÁÐIÐFISKIVEIÐIEFTIRLITIÐ

    Fiskimannafelagiðhevur sent fiski-málaráðnumfylgjandi skriv:FF hevur havt fleiri málum føroyskar fiskimenn,sum formelt hava havtbústað í Danmark, mensum hevur siglt við før-oyskum skipi, og sumhava goldið fullan skatt íFøroyum.

    Lønjavningarstovan hev-ur gjørt galdandi, at við-komandi ikki kemur und-ir lógina um minstuløn ogdagstudning,har tað verð-ur ásett, at treytin fyri atfáa inntøkutrygd er at við-komandi “hevur bústað íFøroyum”.

    Okkara meting er, atsamb. upprunaligu ætlan-

    ini við hesi áseting, soskuldi tað vera skattingin,sum var avgerandi fyri,hvar maðurin er mettur athava bústað.

    Eingin ivi er um, athendan tulking hevurstuðul í viðmerkingunumtil lógaruppskotið. Taðsæst greitt her, at enda-málið við lógini var atforða fyri spekulatión íinntøkutrygdini, soleiðisat menn, sum rinda skattaðra staðni enn í Føroy-um, skulu fáa inntøku-trygd úr føroyska lands-kassanum.

    Afturat hesum má taðmetast at vera upplagtórímiligt, at persónur,sum er skattskyldugur íFøroyum, og sum sam-

    bært skattalógini er atmeta sum búsitandi íFøroyum, ikki skal havasomu rættindi sum hans-ara skipsfelagar sum rindasama skatt. Hetta merkir,at beinleiðis munur verð-ur gjørdur á monnum,sum rinda skatt til før-oyska samfelagið.

    Hetta mál hevur veriðfyri í rættinum,har vit ikkifingu viðhald grundað ásjálva orðingina í lógini.Tíheldur hesin mannamun-ur fram.

    Vit fara tí í fyrsta umfariat heita á fiskimálaráðiðum at fáa broytt lóginaum minstuløn og dag-studning soleiðis, at rætt-indi fylgja skyldum, so-leiðis at teir sum gjalda

    skatt í Føroyum eisini fáarættindi viðvíkjandi inn-tøkutrygd, soleiðis sumupprunaliga ætlanin varvið hesi lógaráseting.

    Í øðrum lagi eigur taðeisini at vera umhugsað,um tað er rætt, at útihýsadønum og norðurlending-um frá hesum sama rætti,hóast teir eru skattaborg-arar í heimlandinum. Hettakann illa vera í samsvarvið norðurlendskt sam-starv.

    Vit vóna, at hetta málann fáa eina góða við-gerð, og at tað kann ber-ast hampiliga skjótt at.

    Rindar fullan skatt sum aðrir,men fær ikki somu sømdir

    TV2 tíðindini um fiskimanna-frádráttin afturtikinTann 19. juli hevði danskastøðin TV2 tíðindi umskattaviðurskifti hjá før-oyskum fiskimonnum, hartað m.a. varð sagt:

    Fiskerne på Færøernehar kronede dage. Detbetyder, at en ufaglærtfærøsk fisker på de storebåde har kr. 664.000 omåret i løn efter skat, hvor-imod en tilsvarende danskfisker får ca. det halve.

    Den store lønforskelskyldes, at de færøske fis-kere med det danskebloktilskud i ryggen, harskattefordele, som dedanske fiskere ikke har.

    FF kærdi til TV2 umhesi tíðindi, sum einkisamband høvdu við veru-leikan. Samstundis góvuvit eina drúgva frágreiðingum veruligu viðurskiftiniá økinum.

    Tá vit ikki hildu, at taðgekk nóg skjótt at av-greiða kæruna, kærdu vitvíðari til Pressenævnet.Hetta stig skundaði undir

    viðgerðina hjá TV2, ogeftir samband millum TV2og FF er málið endað við,at TV2 leygarkvøldið 21.august í tíðindasendinginikl. 19 hevði hesa rætting:

    RETTELSE:I et indslag mandag 19.juli sagde vi, at fiskerepå Færøerne tjener cirkadobbelt så meget somderes kolleger i Danmark- på grund af store skatte-fradrag, finansieret afbloktilskud fra Danmark.Den beskrivelse holderikke. Der er nemlig meg-et store udsving i fisker-nes indtjening, både herog på Færøerne - hvorforman ikke kan sammen-ligne deres løn og skat,som vi gjorde.Det var, såat sige, en torskedum fejl- og vi beklager.

    Samstundis hevur FøroyaFiskimannafelag fingiðeina fráboðan frá tíðinda-stjóranum í TV2 Mikkel

    Hertz, har hann m.a. sig-ur:

    Lad mig med det sammefastslå, at det indslag omfærøske fiskeres indtægts-og skatteforhold, der blevbragt i TV2/Nyhederneden 19. juli, ikke skullehave været bragt i denform, det havde.

    Det er mig dog magt-påliggende at understre-ge, at der - som anført idit brev - ikke har væretpolitiske motiver ellerandre skjulte hensigterbag indslaget.Vi har tro-et, at tingene genereltforholdt sig som beskre-vet i indslaget, og længe-re er den ikke.

    Men jeg kan forsikredig om, at en sag somdenne naturligvis giveranledning til mange over-vejelser om blandt andetgrundighed og kildekri-tik.

    Málið er tískil tikið afturúr Pressenævnet, og sakiner harvið endað.

    Tað avgerandi fyri okk-um er,at hesi tíðindi í síniheild eru afturtikin. Hettaer ikki minst galdandi fyristaðfestingini hjá TV2 um,at páhaldið um, at skatta-skipanin hjá fiskimonn-um serstakliga er fíggjaðav danska blokkinum,“holder ikke”.

    Henda rætting merkirsamstundis, at niðurstøð-an av fylgjandi útsagnum:

    “Formanden for det øko-nomiske råd, HermannOskarsson, påpegede deturimelige i, at færøskefiskere forfordeles meddanske skatteyderes pen-ge som grundlag. Detgjorde han ud fra en øko-nomisk vurdering..”

    og hjá Kristian Thule-sen Dahl, sum er formað-ur í fíggjarnevndini hjáfólkatinginum:

    Det forarger mig selvføl-gelig, at når man sam-menligner færøske fiske-res forhold med danskefiskeres forhold, så er deren disfavør til ugunst fordanskerne, samtidigt med,at den danske stat leve-rer et større millionbeløbtil Færøerne i støtte.

    er uttan grundarlag. Tí-skil má grundgevingin fyrihóttanini um at saman-tvinna blokkstuðulin ogfiskimannafrádráttin rokn-ast fyri at vera burturdott-in.

    FØROYA FISKIMANNAFELAG

    Óli Jacobsen

    Sum tað sæst legði TV2 hart út við, at teir høvduongan feil gjørt. Men teir gjørdust klókari.Men munurin er tó tann millum Føroyar ogDanmark, at í Føroyum hevði ikki meira hent.Málið hevði verið tagt í hel samstundis sum vitongan stovn hava at venda okkum til at fáa hjálp.Í Danmark noyddust teir hóast alt at bakka!

  • Síða 19Nr. 325 - 2. september 2004

    Pínir sjómannaskatturin teg,so keyp oljuklæði og stivlar

    Nú ilskast summi á landiaftur inn á skattin hjásjómonnum. Teir verðaskuldsettir fyri at skákasær undan at bera sín lutav skyldunum móti sam-felagnum. Loftið fyri tíupphædd, sum hjá sjó-monnum verður serskatt-að, skal lækkast úr nú-verandi kr. 500.000 niðurí eitt nú 400 ella 300 tús.

    Hetta er hvørki fyrstuella neyvan heldur sein-astu ferð, at henda øvund-in ger seg galdandi. Neyv-an lata tingmenn seg tótøla til at broyta hesagagnligu skattaskipan.

    Fyrst nøkur orð um, hvílógin varð samtykt í 1997:

    Politikarar varnaðust, atføroyskir fiskimenn fóruheldur við útlendskumskipum, tí har fingu teirmeira burturúr. Noreg,Danmark og Ísland (onn-ur lond við) góvu sínumsjó- og fiskimonnum skatt-ligar sersømdir fyri atsamsýna teimum teirraserliga arbeiði. Í Skotlandibera sjómenn, sum erumeira enn 180 dagar ísjónum um árið, lítlan ogongan skatt.

    Uttan sersømdir í Før-oyum var mitt í 90-unumvandi fyri, at okkara fiski-menn fluttu við familju til

    grannalondini at búgva.So misti føroyski búskap-urin bæði skattin og nýtsl-una hjá familjunum hjáokkara fiskimonnum. ÓliJacobsen var tá á tingi ogí landsstýrinum. AnfinnKallsberg, landsstýrismað-ur í fíggjarmálum tá, legðilógina fyri løgtingið, sumsamtykti sjómannaskattinvið stórum meiriluta.

    Tað var skilagott, tíhenda skipan hevur gagn-að Føroyum í ovurmát.Tað hevur m.a. við hennieydnast at tryggja lands-og kommunukassum op-timala inntøku frá fiski-vinnuni, tí vit behildu okk-ara góðu sjómenn. Teirveiða nevniliga rávørunitil nógv tann størsta part-in av landsins útflutnings-virði (upp ímóti 4 mil-jardum krónum um ári).

    Síðan nøkur orð umhvussu skipanin virkar:

    Veruligi skattalættin hjáfiskimonnum er ikki 15%,sum nógv halda, menmax 7-8% av inntøkuniupp til hálva millión.Altsohelvt av teim 15%, sumskattskylduga inntøkanverður lækkað í álíkning-ini. Fiskimenn fáa sostattmax.uml.kr.35.000 minnií skatt um árið. Men fáirkoma so høgt upp.

    Tær fáu árshýrurnar(mest yvirmenn og mennvið bestu skipum), sumliggja omanfyri kr.500.000,verða skattaðar sum allaraðrar inntøkur í landinumav tí sum er omanfyrihetta mark.

    Fiskimenn høvdu framtil 2002 vaksandi inntøk-ur, tí fiskiskapur og fiska-

    prísir vóru góðir. Tá komhenda serskattaskipan vælvið. Men nógv flestu fiski-menn komu heldir ikki táí nánd av ½ mió kr. ogfingu tískil ikki mestmøguligan skattafrádrátt.

    Farnu tvey árini eruhýrurnar falnar 20-40%.Skattalættin hjá sjómonn-um er minkaður hareftir.Tað sansar at hjá mongumfiskimonnum og skipumat fáa endarnar at røkkasaman nú.

    Tað hevði verið ruðu-leiki á arbeiðsmarknaði-num á landi, um limirnir íeitt nú Føroya Arbeiðara-,Starvsmanna-, Lærara-,Heilsurøktar-, Magistara-,Búskapar- og løgfrøðinga-felag livdu undir slíkumóstøðugum lønarkorumsum fiskimenn.

    Løgið, at øvundin skalsita so djúpt í teimum,sum nú aftur ilnast inn ásjómannaskattin. Hví hugsatey ikki heldur um eittnú:

    · at fiskimenn eisini gjal-da fyri, men brúkanógv minni landsvegir,musikk- og kvøldskúlar,sjónvarp, læknar, for-sorg og øll hini tilboð-ini hjá landi og kom-munum til aðrar borg-arar?

    · at fiskimenn gjalda taðsama sum onnur, menhava ikki rætt til at fáaúr ALS?

    · at fiskimenn brúkanógvan pening til tele-fonsamrøður við konurog børn, meðan teir

    eru í sjónum?

    · ella at fiskimenn virkaundir hørðum korumog á ótryggum arbeiðs-plássum og eru burturfrá konu, børnum,heimi og kenningumlangar tíðir av árinummeginpartin avlívinum?

    Tingmenn skilja vónandi,at ein orsøk til, at fiski-menn nú bíta saman tennog klára at liva v