2
Mánadagur 5. mars 2012 · Nr. 28 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Uni Arge Tann stóri salurin í Norð- urlandahúsinum var nærum fullsettur fríggja- dagin, tá Framsókn, Javn- aðarflokkurin og Tjóðveldi høvdu boðið øllum áhugað- um á ráðstevnu um, hvussu fólksins ogn í havinum skal umsitast. Har vóru øll, sum alment hava sagt sína hugsan um málið, og fleiri aftrat. Útlitini til, at fiskiloyvini kanska skulu rulla út í ævin- leikan á privatum hond- um, hava av sonnum fest í politiska tilvitið hjá fólki, og undranin var stór, tá pro- fessarar og búskaparfrøð- ingar vístu á, hvussu dansk- ir, íslendskir og føroyskir myndugleikar hava loyvt privatum fyritøkum at stinga ónormalt stór avlop í tilfeingisvinnum í egnan lumma. Kári D. Petersen, bú- skaparfrøðingur, vísti á, at tá Krúnborg varð seld, var skipið vert 150 mió. kr., men søluprísurin var 350 mió. kr. orsakað av veiðiloyvinum. Vesturvón fór fyri 80 mió. kr, hóast skipið bara var vert 40 mió. kr., og línubáturin Mascot varð seldur fyri 21 mió. kr., hóast virðið á skip- inum var 4 mió. kr. Danski professarin, Jørgen Birk Mortensen, umrøddi oljuumsitingina í Danmark farnu 50 árini. Hann var ikki hugtikin av, at donsku politikararnir í 1962 gjørdu eina avtalu við A. P. Møller um, at felagið skuldi hava einkarrætt at útvinna olju í samfull 50 ár. Ein kolvetnisskattur varð lagdur á virksemið seinni, men frádráttirnir vóru so stórir, at bara molar komu í statskassan. Avtalan frá 1962 skuldi ganga út í ár, men varð end- urnýggjað í 2003, tá Bendt Bendtsen umsat oljuvinnuna sum búskaparmálaráðharri. Hann gjørdi eina líka ringa avtalu sum í 1962 og mátti tí metast sum ein dýrur drongur fyri statin, ja, kanska tann dýrasti nakrantíð, helt Jørgen Birk Mortensen. Nýggja avtalan við Mærsk gongur út í 2042. Dómur í Strasbourg Íslendski professarin, Thor- valdur Gylfason, legði heldur ikki fingrarnar ímillum. Með- an hann reikaði aftur og fram á gólvinum, opinberaði hann fyri fjøldini íslendsku ræðslusøguna um, hvussu tjóðarognin í havinum end- aði á privatum hondum ókeypis. Hetta hendi í 1984, tá ís- lendsku politikararnir lótu nøkrum fáum reiðarum rættin til fiskiríkidømið. Skipanin varð gjørd varandi Brot á mannarættindi at geva fiskin burtur Fyrst góvu íslendsku politikararnir nøkrum fáum reiðarum fiskiríkidømið í havinum, so góvu teir sínum vinum bankarnar, og at enda rendu ríkmenninir Ísland á heysin. Gera føroyingar hetta, verður sama skil í Føroyum, segði íslendski professarin, Thorvaldur Gylfason, á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Hann vísti á, at sambært mannarættindadómi er fiskurin tjóðarogn, sum ongin privatur kann eiga Kári D. Petersen, búskaparfrøðingur Thorvaldur Gylfason

6 Sosialurin Brot á mannarættindi at geva fiskin burturgylfason/SOSIALURIN_20120305.pdf · 2012. 3. 7. · 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur

  • Upload
    others

  • View
    2

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

  • Mánadagur 5. mars 2012 · Nr. 286 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000

    Uni Arge

    Tann stóri salurin í Norður landahúsinum var nær um fullsettur fríggjadag in, tá Framsókn, Javnaðar flokkurin og Tjóðveldi høvdu boðið øllum áhug aðum á ráðstevnu um, hvussu fólksins ogn í havinum skal umsitast. Har vóru øll, sum alment hava sagt sína hugsan um málið, og fleiri aftrat.

    Útlitini til, at fiskiloyvini

    kanska skulu rulla út í ævinleikan á privatum hondum, hava av sonnum fest í politiska tilvitið hjá fólki, og undranin var stór, tá professarar og búskapar frøðingar vístu á, hvussu danskir, íslendskir og føroyskir myndugleikar hava loyvt pri vatum fyritøkum at stinga ónormalt stór avlop í til feingisvinnum í egnan lumma.

    Kári D. Petersen, bú

    skap ar frøðingur, vísti á, at tá Krúnborg varð seld, var skipið vert 150 mió. kr., men søluprísurin var 350 mió. kr. orsakað av veiðiloyvinum. Vesturvón fór fyri 80 mió. kr, hóast skipið bara var vert 40 mió. kr., og línubáturin Mascot varð seldur fyri 21 mió. kr., hóast virðið á skipinum var 4 mió. kr.

    Danski professarin, Jørg en Birk Mortensen, um røddi oljuumsitingina

    í Dan mark farnu 50 árini. Hann var ikki hugtikin av, at donsku politikararnir í 1962 gjørdu eina avtalu við A. P. Møller um, at felagið skuldi hava einkarrætt at útvinna olju í samfull 50 ár. Ein kol vetnis skattur varð lagdur á virksemið seinni, men frádráttirnir vóru so stórir, at bara molar komu í statskassan.

    Avtalan frá 1962 skuldi ganga út í ár, men varð end

    urnýggjað í 2003, tá Bendt Bendtsen umsat oljuvinnuna sum búskaparmálaráðharri. Hann gjørdi eina líka ringa avtalu sum í 1962 og mátti tí metast sum ein dýrur drongur fyri statin, ja, kanska tann dýrasti nakrantíð, helt Jørgen Birk Mortensen. Nýggja avtalan við Mærsk gong ur út í 2042.

    Dómur í StrasbourgÍslendski professarin, Thor

    valdur Gylfason, legði heldur ikki fingrarnar ímillum. Meðan hann reikaði aftur og fram á gólvinum, opinberaði hann fyri fjøldini íslendsku ræðslusøguna um, hvussu tjóðarognin í havinum endaði á privatum hondum ókeypis.

    Hetta hendi í 1984, tá íslendsku politikararnir lótu nøkrum fáum reiðarum rætt in til fiskiríkidømið. Skip anin varð gjørd varandi

    Brot á mannarættindi at geva fiskin burturFyrst góvu íslendsku politikararnir nøkrum fáum reiðarum fiskiríkidømið í havinum, so góvu teir sínum vinum bankarnar, og at enda rendu ríkmenninir Ísland á heysin. Gera føroyingar hetta, verður sama skil í Føroyum, segði íslendski professarin, Thorvaldur Gylfason, á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Hann vísti á, at sambært mannarættindadómi er fiskurin tjóðarogn, sum ongin privatur kann eiga

    Kári D. Petersen, búskaparfrøðingur Thorvaldur Gylfason

  • 7Mánadagur 5. mars 2012 · Nr. 28 SosialurinHugskot og viðmerkingar – send sms til 225000

    í 1990. Á hendan hátt skapti politiska skipanin sama fámannaveldið í Íslandi, sum Kári D. Petersen, búskaparfrøðingur, ávarar ímóti, at føroysku politikararnir skapa í Føroyum.

    Í 1998 staðfesti hægsti rætt ur í Íslandi, at útlutining in av fiskinum var grundlógarbrot. Fólksins ogn kundi ikki latast nøkrum fáum at eiga, tí øll eiga hana, og øll hava rætt at sleppa fram at henni. Tjóðarognin var at meta sum Tingvøllir, nevndi Thorvaldur Gylfason. Hann kann ikki einskiljast.

    Íslendski professarin vísti á, at tað heilt margháttliga hendi í 2000, at hægsti rættur broytti sína avgerð. Hetta hendi, tí politikarar settu í verk eina herferð ímóti rættinum, sum so boygnaði.

    Tveir fiskimenn og ein sakførari treiskaðust broyttu avgerðina og løgdu málið fyri mannarættindadómstólin í Strasbourg. Har vunnu teir í 2007. Dómurin staðfesti, at útlutingin av fiskiríki døminum var brot á altjóða mannarættindi, tí allir borgarar eru javnsettir mótvegis almennum ongum, og ongin kann fram um onnur fáa ognarrættin til ríki dømið.

    Lata føroyingar nøkrum fáum fiskiríkidømið, fara teir eisini at tapa eitt tílíkt mál í

    Strasbourg, undirstrikaði Thor valdur Gylfason.

    Korruptión í ÍslandiHann vísti á, at í sam bandi við íslendsku banka skrædlini er komið und an kavi, at bank arnir rík aðu politikar arnar við pen ingaligum takkar gávum, og hann spurdi, hvussu nógvar gávur politikararnir munnu hava fingið frá reiðarunum fyri ókeypis fiskiloyvir. Ongin ivi var um, at korruptión var ein trupulleiki í Íslandi, segði hann.

    Hvussu stór virðir talan er um í fiskivinnuni, gav Kári D. Petersen eina greiða ábending um, tá hann nevndi, hvussu stórt virðið á pelagiska flotanum er samanborið við virðið á flotanum við veiðiloyvum. Skipini aleina eru verd 980 mió. kr. Við fiskiloyvum táttar virðið í ikki færri enn 2,5 mia. kr.

    Ovurstórt ríkidømi er sostatt at veiða við bara at kenna landsstýrismannin við fiskivinnumálum og frá honum fáa kvotur ókeypis, og varandi milliardaríkidømi er at veiða hjá reiðarum, um Fólkaflokkurin fær sett í verk sína skipan við rullandi fiskiloyvum.

    Andstøðuflokkarnir vilja forða fyri, at hetta hendir, og teirra herferð ímóti ætlaða fiskivinnupolitikkinum fekk

    tyngd av fyrilestrunum á ráð stevnuni.

    Út á seinnapartin sást løg maður stíga inn í salin í Norðurlandahúsinum eft ir at hava verið í Hamburg og skoðað nýggja flúgv aran hjá Atlantic Airways. Hansara flokkur ger í grundini av, hvussu fiskivinnu poli tikk urin verður lagdur til rættis.

    Løgmaður hoyrdi søguna um, hvussu íslendsku politik ararnir fyrst skaptu eitt ríkmannaræði og síðan vórðu settir upp á pláss í Strasbourg í 2007, áðrenn Ísland í 2008 fór á húsagang eftir tann villasta kasino búskaparliga dansin í Evropa nakrantíð.

    Hesin dansurin hevur m.a. havt við sær, at tjóðar ognin í íslendskum sjógvi, sum bank arnir høvdu pant í, tá teir lótu kvotu barónunum lán, gjørd ist ogn hjá týskum kredi tor um, tá bankarnir fullu. Teir seku skuldu verið settir í fongsul fyri hetta brots verk, helt Thorvaldur Gylfa son.

    Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - 32BELL (322355)

    Photoshop - tey fyrstu fetini

    Photoshop er eitt fantastiskt forrit til arbeiði við myndum. Tað eru so at siga eingi mørk fyri hvat tú kanst gera við forritinum.

    Á skeiðinum lærir tú at loysa tær mest vanligu myndauppgávurnar. Tú fært eina nágreiniliga innleiðslu í Photoshop og digitala myndaviðgerð og lærir tær mest umráðandi meginreglurnar innan góðsku, litir og brúk av myndaforma-tum.

    Brellbitar úr skránni:Tillaga kontrast, ljós og litir •Lær tær grundleggjandi •selektionsmøguleikarnar

    Arbeið við løgum og transparens •Lær at skifta útvaldar litir í myndum •Lær at klippa element úr myndum •og seta tey inn í aðrar myndiro.m.a.•

    Dagar26. og 27. mars 2012

    Melda til og les meira á heimasíðu okkara, www.synergi.fo, ella ring 32BELL (322355).

    Mynd: Softworld

    Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn - www.synergi.fo - 32BELL (322355)