3
FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016 SOSIALURIN 33 20 SAMFELAG Sita á milliardum HÆTTISLIGUR BYGNAÐUR Í TF SAMTAKINUM Krakka- veldi Fyrrverandi bankastjóri og nevndarlimur í Eik Banka, Jørn Astrup Hansen, er atfinningarsamur móti bygnaðinum í TF samtakinum, sum eigur bæði Eik Banka og Tryggingarfelagið Føroyar, og kallar bygnaðin hættisligan. Nevndirnar í dótturfeløgunum eru uttan veruliga ávirkan og í veruleikanum stýrir ein maður øllum konglomeratinum RÓGVI NYBO Í farnu viku varpaði Sosial- urin ljós á brádliga skiftið í valdsjavnvágini í nevndini í Ognarfelag Tryggingar- takaranna og TF Holding, sum er tann sama, har Gunnar í Liða, for- maður, og Jákup Egholm Hansen, næstformaður, vórðu skumpaðir til viks. Nevndin varð tvíbýtt, tá for- mansskapur skuldi veljast, og eftir lutakast hevði helst týdningar- mesta nevndin í Føroyum fingið nýggjan formansskap. Nú sita vágbingarnir Arni Djurhuus Brattaberg og Ingeborg Godtfred sum ávikavist formaður og næst- formaður í TF Holding. Men broytingarnar í nevndini í TF Holding hava eisini avleiddar avleiðingar. TF Holding er einsa- mallur eigari av bæði Eik Banka P/F og Tryggingarfelagnum Før- oyar P/F, og hevur tí suverenan avgerðarrætt í hesum báðum feløg- um. Sostatt sita Arni Djurhuus Brattaberg og Ingeborg Godtfred nú eisini við valdinum á næst- størsta bankanum og størsta tryggingarfelagnum í landinum. Tað skuldi ein í øllum førum trúð. Spurningur kann tó setast við, hvør veruliga situr við valdinum á størsta fíggjarsamtakinum í Føroy- um og milliardunum í kassunum. Nevndirnar tora ikki at tala at Í donsku lógini um fíggjarligt virk- semi, sum eisini er galdandi fyri Føroyar, verða strong krøv sett nevndarlimum og leiðslu í einari fíggjarfyritøku. Høvuðsuppgávan hjá nevndini er at seta yvirskipaðu og strategisku karmarnar fyri fyri- tøkuna og fyri arbeiðið hjá stjórn- ini í fyritøkuni. Samstundis hevur nevndin skyldu til leypandi at meta, um hon hevur neyðuga vitan og royndir til at tryggja ábyrgdarfullan rakstur og handfaring av váða í fyritøkuni. Tann vitan og tær royndir, nevndin sum minsta krav skal hava, skulu tryggja at hon er før fyri at bjóða leiðsluni av, eitt nú við at seta neyð- ugar og týðandi spurningar og at verða vandin um tey svar, hon fær. Endamálið er at tryggja, at tað altíð er nevndin, ið hevur valdið í fyritøkuni, og at leiðslan arbeiðir fyri nevndina. Men tað er ikki nokk, at nevnd- arlimir í einari fíggjarfyritøku eru dugnaligir og fakliga væl fyri. Dømini við gamla Eik Banka í Føroyum, sum kollsigldi í 2010, og fleiri av kollsigldu bankunum í Danmark, vísa á serliga týdningin av at hava nevndir, ið vísa neyðuga óheftni, integritetin og heiðursemi til at halda munadygt eftirlit við avgerðunum hjá dagligu leiðsluni í fíggjarfyritøkuni, sum tað stendur í §64, stk.2 í lógini um fíggjarligt virksemi. Jørn Astrup Hansen hevur royndir sum fáur við samspælinum millum leiðslu og nevnd í bankum. í tveimum umførum var hann bankastjóri í Føroyum, fyrst sum stjóri í Føroya Banka frá 1993 til 2005, síðani eisini vegna Fíggjar- ligt Støðufesti í Eik Banka frá 2010 til 2011. Áðrenn hann kom til Føroya, hevði Jørn Astrup Hansen verið stjóri í Midtbank (nú Handelsbanken). Harafturat hevur Jørn Astrup Hansen verið nevndarformaður vegna Fíggjarligt Støðu festi í danska EBH Bank frá 2008 til 2010, og nevndarlimur í nevndini fyri Eik Banka frá 2011 til í januar í ár, Eg kann vissa teg um, at tað nokkso ofta bilar við integriteti, heiðursemi og óheftni í stýr- unum. Tað er jú ikki nokk at vita av einum trupulleika. Mann skal eisini hava dirvið og kraftina til halda fast móti dagligu leiðsluni, tá tað er neyðugt« Jørn Astrup Hansen

Sosialurin 17-03-16 s. 33-35

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: Sosialurin 17-03-16 s. 33-35

FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016

SOSIALURIN 3320 SAMFELAG

Sita á milliardum

HÆTTISLIGUR BYGNAÐUR Í TF SAMTAKINUM

Krakka-

veldi

Fyrrverandi bankastjóri og nevndarlimur í Eik Banka, Jørn Astrup Hansen, er atfinningarsamur móti bygnaðinum í TF samtakinum, sum eigur bæði Eik Banka og Tryggingarfelagið Føroyar, og kallar bygnaðin hættis ligan. Nevndirnar í dótturfeløgunum eru uttan veruliga ávirkan og í veru leikanum stýrir ein maður øllum konglomeratinum

RÓGVI NYBO

Í farnu viku varpaði Sosial­urin ljós á brádliga skift ið í valdsjavnvágini í nevnd ini í Ognarfelag Tryggingar­

tak aranna og TF Holding, sum er tann sama, har Gunnar í Liða, for­maður, og Jákup Egholm Hansen, næstformaður, vórðu skump aðir til viks.

Nevndin varð tví býtt, tá for­mans skapur skuldi veljast, og eftir lutakast hevði helst týdningar­mesta nevndin í Føroyum fingið nýggjan formans skap. Nú sita vág bingarnir Arni Djurhuus Brattaberg og Ingeborg Godtfred sum ávikavist formaður og næst­for maður í TF Holding.

Men broytingarnar í nevndini í TF Holding hava eisini avleiddar av leiðingar. TF Holding er einsa­mallur eigari av bæði Eik Banka P/F og Tryggingarfelagnum Før­oyar P/F, og hevur tí suverenan av gerðarrætt í hesum báðum feløg­um. Sostatt sita Arni Djurhuus Brattaberg og Ingeborg Godtfred nú eisini við valdinum á næst­størsta bankanum og størsta trygg ingar felagnum í landinum.

Tað skuldi ein í øllum førum trúð. Spurn ingur kann tó setast við, hvør veru liga situr við valdinum á størsta fíggjarsamtakinum í Føroy­um og milliardunum í kass unum.

Nevndirnar tora ikki at tala atÍ donsku lógini um fíggjarligt virk­semi, sum eisini er galdandi fyri Føroyar, verða strong krøv sett nevndar limum og leiðslu í einari fíggjar fyritøku. Høvuðsuppgávan hjá nevndini er at seta yvirskipaðu og strategisku karmarnar fyri fyri­tøk una og fyri arbeiðið hjá stjórn­ini í fyritøkuni.

Samstundis hevur nevndin skyldu til leypandi at meta, um hon hevur neyðuga vitan og royndir til at tryggja ábyrgdarfullan rakstur og handfaring av váða í fyritøkuni. Tann vitan og tær royndir, nevndin sum minsta krav skal hava, skulu tryggja at hon er før fyri at bjóða leiðsl uni av, eitt nú við at seta neyð­ugar og týðandi spurningar og at verða vandin um tey svar, hon fær. Endamálið er at tryggja, at tað altíð er nevndin, ið hevur valdið í fyritøkuni, og at leiðslan arbeiðir fyri nevndina.

Men tað er ikki nokk, at nevnd­ar limir í einari fíggjar fyritøku eru dugnaligir og fakliga væl fyri. Dømini við gamla Eik Banka í Føroyum, sum kollsigldi í 2010, og fleiri av kollsigldu bankunum í Dan mark, vísa á serliga týdningin av at hava nevndir, ið vísa neyðuga óheftni, integritetin og heiðursemi til at halda munadygt eftirlit við av gerð unum hjá dagligu leiðsluni í fíggjar fyritøkuni, sum tað stendur í §64, stk.2 í lógini um fíggjarligt virk semi.

Jørn Astrup Hansen hevur roynd ir sum fáur við samspælinum mill um leiðslu og nevnd í bankum. í tveimum umførum var hann banka stjóri í Føroyum, fyrst sum stjóri í Føroya Banka frá 1993 til 2005, síðani eisini vegna Fíggjar­ligt Støðufesti í Eik Banka frá 2010 til 2011. Áðrenn hann kom til Føroya, hevði Jørn Astrup Hansen verið stjóri í Midtbank (nú Handelsbanken).

Harafturat hevur Jørn Astrup Hansen verið nevnd ar formaður vegna Fígg jarligt Støðu festi í danska EBH Bank frá 2008 til 2010, og nevndarlimur í nevndini fyri Eik Banka frá 2011 til í januar í ár,

Eg kann vissa teg um, at tað nokkso ofta bilar við integriteti, heiður semi og óheftni í stýr­unum. Tað er jú ikki nokk at vita av einum trupul leika. Mann skal eisini hava dirvið og kraftina til halda fast móti dagligu leiðsluni, tá tað er neyðugt«

Jørn Astrup Hansen

Page 2: Sosialurin 17-03-16 s. 33-35

FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016

SOSIALURIN 33 21

Sambært Jørn Astrup Hansen kundi eitt uppskot verið at loyst Eik Banka úr TF Samtakinum og latið partapeningin í bankanum til ein grunn, sum er óheftur av TF Samtakinum og bankanum. Bankin vil við hesum verða ogn hjá føroyska fólkinum. – Rímiligt nokk, heldur Astrup, tað var jú tað føroyska fólkið, sum høvdu spart pengarnar upp, ið bankin varð keyptur fyri

tá hann tók seg burturúr nevnd- ini.

Sambært honum er høvuðs-trupul leikin í nevndunum í fíggj-ar ligu risunum í Føroyum ikki neyð turviliga, at fólkini ikki hava neyð ugu førleikarnar.

– Eg kann vissa teg um, at tað nokkso ofta bilar við integriteti, heiðursemi og óheftni í stýrunum. Tað er jú ikki nokk at vita av einum trupulleika. Man skal eisini hava dirv ið og kraftina til halda fast móti dagligu leiðsluni, tá tað er neyð ugt, greiðir Jørn Astrup Hansen frá.

Fittir fýrar eru farligirTá Jørn Astrup Hansen á fyrsta sinni kom til Føroya og varð settur sum stjóri í Sjóvinnubankanum undir kreppuni í 1993, slapp hann av fremsta bonki at uppliva hvussu nevndararbeiði í Føroyum gekk fyri seg. Tá hann sum nýliga innkomin banka stjóri spurdi seg fyri um nevndarlimir, vinnulívsmenn og onnur fólk í Føroyum, fekk hann ofta bara turrisliga at vita, at við-komandi var ein fittur fýrur.

At reka eina stóra fíggjar fyri-tøku krevur tó meira enn bert fittar fýrar. Tað krevur dirvið at taka truplar avgerðir og at standa ímóti, tá trýstið er størst. Men hesir eginleikar hava skortað í føroyska fíggjargeiranum, tá tørvurin á tí hevur verið størstur.

– Eg havi áður sagt tað, at Føroyar kunnu tykjast at vera eitt kon sekvens leyst samfelag. Har eru nógvir fittir fýrar, og mann dvølur við at taka avgerðir, sum kunnu fáa avleiðingar fyri onnur. Tað er jú eitt lítið samfelag, har sambondini eru tøtt. Føroyar eru í vanda fyri at koma at líða undir tí, mann kann kalla »hensynsbetændelse«, greiðir fyrrverandi bankastjórin frá.

Sambært honum er hetta eitt sjúkueyðkenni, ið gongur aftur í báðum bankakreppunum. Hann er avg jørdur um, at føroysku bank arnir kundu – og áttu at havt – byrgt upp fyri at kreppan gjørd ist so mein í 90’árunum, men at teir ikki orkaðu at ganga ímóti streym inum. Tað sama er galdandi fyri nevnd ir nar í Eik Banka upp undir fíggjar kreppuna. Tær vóru ov veikar og tordu ella vildu ikki at siga ovur honds sterku dagligu leiðsl uni í bankanum ímóti.

Bygnaðurin eigurat verða bannaðurVeikar nevndir eru tó ikki allur trupulleikin. Nevndarlimir kunnu skiftast út og nevndin kann styrkj-

ast. Trupulleikin við veikum nevnd um gerst fyrst serliga vanda-mikil, tá tað er blandað saman við einum bygnaði, ið líkist tí vit síggja í TF Samtakinum í dag. Talan er nevniliga um neyvt sama bygnað, vit sóu í flestu av krakkaðu spari-kass unum í Danmark og í gamla Eik Banka, ið eisini fór av knór-anum.

Tá donsku og føroysku spari-kass arnir eftir lóg í 1988 fingu loyvi at broyta bygnað til partafeløg, fingu teir tveir møguleikar. Annar var hylkismøguleikin, har egin-ognin í sparikassanum varð stand-andi í felagnum sum reserva. Tann seinni og betri kendi í Føroyum er møguleikin at skipa spari-kassan um til ein grunn. Tann møgu leikin merkir, at sparikassin letur øll aktiv og passiv til eitt ný-stovnað partafelag, sum so verð-ur bankin, meðan sjálveigandi spari kassin verður broyttur til ein vinnurekandi grunn, sum so eigur øll partabrøvini í nýstovnaða bank-anum. Sostatt verður grunnurin einsamallur eigari í sparikassanum, og kann so selja burturav parta-brøv unum, eitt nú um mann ynskir at verða skrásettur á einum virðis-brævamarknaði, ella velja at varð-veita einsamalla ognarrættin.

Ein av treytunum fyri at henda lógin fekk undirtøku frá donsku sparikassunum, var tó at grunnurin ikki fekk eitt alt ov sjálvstøðugt lív í mun til ný stovn-aða partafelagið. Tí setti danska Sparekasse foreningen sum krav, skuldi grunnurin, sum var einsa-mallur eigari fáa ræðisrættin á spari kassanum, at tað var eitt týðiligt samanfall millum nevndar-limir í partafelagnum og nevnd ar-limir í grunninum. Av 18 donskum sparikassum, sum valdu henda møguleikan, eru 7 farnir av knór-anum, meðan 6 máttu lata seg yvir-taka av øðrum banka. Bert fýra av teimum upprunaligu 18 spari kass-unum eru eftir í dag.

Tað var eisini sami bygnaður, vit sóu í gamla Eik Banka. Eik Grunn urin átti til yvir 50 prosent av parta brøvunum í Eik Banka, og hevði sostatt ognar- og ræðisrættin á bank anum. Samstundis varð nevndin í Eik Grunninum neyvt tann sama sum í nevndini fyri Eik Banka. Og tað var sama nevnd, ið ikki megn aði at seta seg upp móti ella bjóða stjóranum í Eik Banka av, tá størri og størri ævintýr vórðu sett út í kortið, og sum at enda koyrdu bankan á heysin.

Framhald á næstu síðu

»Súni Schwartz Jacobsen er ein dugna ligur grannskoðari og ein dugna ligur stjóri, sum vil valdið.Og tað skal ein stjóri í einum stórum banka jú helst eisini. Trupulleikin upp stendur, tá stjórin, sum vil valdið, ikki fær nóg nógv mótspæl, og tað fær Súni Schwartz Jacobsen ikki«

Jørn Astrup Hansen

MYND: ÁLVUR HARALDSEN

Page 3: Sosialurin 17-03-16 s. 33-35

FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016

SOSIALURIN 3322– Tað er eingin ivi um, at hetta

var viðvirkandi til at bankin fall. Tú hevði í roynd og veru ein stjóra í bankanum, sum endaði við at vera stjóri yvir øllum, bæði banka og grunni, og sum stýrdi øllum at kalla einsamallur. Eik Grunnurin og Umboðs ráðið, sum kundarnir, ikki partabrævaeigararnir, valdu, áttu bankan. Men ongin evnaði at siga Marner Jacobsen ímóti sum stjóra. Og dømini úr Danmark vístu júst sama bygnaðarfeil, greiðir Jørn Astrup Hansen frá.

Hann er ikki í iva um, at hesi bygnaðurin er lívshættisligur fyri bankar.

– Stóð tað til mín, varð hesin bygnaðurin bannaður við lóg í morgin, staðfestir hann.

Í 2011 varð við lóg bann að spari­kassum og spari kassa grunnum at hava somu nevnd. Men meðan banka lóggávan og bankaeftirlitið er danskt, er tryggingarlóggávan og trygg ingareftirlitið yvirtikið málsøki. Tí er eingin, ið heldur eyga við bygnað inum í TF Samtakinum í dag.

Endurtaka sama feil við TF SamtakinumSambært Jørn Astrup Hansen eru føroyingar nú við at endurtaka júst sama feil við Eik Banka og bygnað­inum í TF Samtakinum, sum vit gjørdu fyri bert fáum árum síðani við Eik Banka og Eik Grunninum.

Bygnaðurin í TF Samtakinum er soleiðis bygdur upp. Allir trygg­ingartakararnir í P/F Tryggingar­felagnum Føroyum eiga L/F Ognar­felag Tryggingar takaranna, sum so eigur móðurfelagið í TF Sam tak­inum, P/F TF Holding.

TF Holding eigur seks dóttur­feløg, harav tvey eru av serligum týdningi. TF Holding eigur 100 prosent av P/F Tryggingarfelagið Føroyar og so eisini 100 prosent av P/F Eik Banka. Tað er sostatt nevndin í TF Holding, sum eigur og velur nevndina í Eik Banka. Nevnd in í Eik Banka er tann sum hev ur eftirlit við og setur stjóra og dag ligu leiðsluna í Eik Banka, sum í dag er Súni Schwartz Jacobsen.

35 umboðsráðslimir, sum verða beinleiðis valdir av øll­um tryggingartakarunum, velja nevndina í Ognarfelag Tryggingar­takaranna, og sambært við tøk­unum skal nevndin í Ognarfelag Trygg ingartakaranna verða tann sama sum í TF Holding. Á aðal­fund inum velur TF Holding allar limirnar í nevndini fyri Eik Banka, sum harumframt eisini fevnir um starvs fólkaumboð.

Forstjóri í Eik Banka er Súni Schwartz Jacobsen. Men Súni Schwartz Jacobsen er eisini forstjóri í TF Holding, hvørs nevnd velur nevndina í Eik Banka, sum skal hava eftirlit við stjór anum í Eik Banka, sum er Súni Schwartz Jacobsen. Sum vit sóu í gamla Eik Banka, er stórur vandi fyri at ein sterkur stjóri klárar at yvirtaka valdið á einari veik ari nevnd. Hetta merkir so, at er nevnd in í TF Holding ov veik at siga for stjór­anum ímóti, so yvir tekur forstjórin valdið á øllum sam tak inum.

Nevndarsessir sum beinSambært Jørn Astrup Hansen er hetta ein av vandunum, vit síggja í verki í TF Samtakinum í dag.

– Súni Schwartz Jacobsen er ein dugnaligur grannskoðari og ein dugnaligur stjóri, sum vil valdið. Og tað skal ein stjóri í einum stórum banka jú helst eisini. Trupulleikin uppstendur, tá stjórin, sum vil valdið, ikki fær nóg nógv mótspæl, og tað fær Súni Schwartz Jacobsen ikki. Hann er bankin og hann er aðalfundurin. Hann er forstjóri í TF Holding og umboðar sostatt eigaran hjá nevndini, sum er stjóri hjá honum. Sostatt er hann eisini sín egni stjóri og sítt egna eftirlit

í Eik Banka, sigur Jørn Astrup Hansen.

Samanfallið millum nevndirnar í TF Holding og Eik Banka ger tað eis ini møguligt at viðlíkahalda henda bygnaðin uttan mótmæli.

– Vandin er jú stórur fyri, at nevndar sessirnar í Eik Banka verða nýttir sum bein at býta út til fólkini í TF Holding og Ognar­felag Tryggingartakaranna. Tað er væl tað, vit hava sæð heilt fram til í dag, sigur Jørn Astrup Hansen, sum hevur sitið á fremsta bonki og eyg leitt tað, ið fer fram í sam tak­inum, tá hann var nevndar limur í Eik Banka.

Inntil nýliga varð nevndin í

TF Holding stýrd av fyrrverandi nevndar formanninum og næst for­mann inum í TF Holding, Gunnar í Liða og Jákup Egholm Hansen, sum eisini vóru ávikavist næst for­maður og nevndarlimur í nevndini fyri Eik Banka. Við hjálp frá for­stjór anum høvdu teir sostatt bukt ina og báðar endarnar at deila bein ini í samtakinum út.

At nevndarsessir verða býttir út sum bein, kann stóra og javna út skiftingin í nevndini benda á. TF Holding hevur síðani 2011 havt tríggjar nevndarsessir í Eik Banka. Gunnar í Liða hevur sitið á einum av hesum sessunum. Hinir báðir sessirnir hava síðani TF keypti

bankan í 2011 gingið upp á skift millum seks onnur fólk, nevniliga Birgir Mohr,

Jóannes Danielsen, Regin Hammer, Árna Jacobsen,

Jákup Egholm Hansen og Marion á Lakjuni.Hóast valdsjavnvágin í TF

Holding tó skifti fyri tveimum vikum síðani, og nýggj leiðsla er í sam takinum, er einki, ið forðar fyri at nýggja leiðslan heldur áfram í sama stíli. Trupulleikin er nevn­iliga innbygdur í sjálvum bygnað­inum í samtakinum.

Eiga at upploysa samtakiðSambært Jørn Astrup Hansen eru tó onkrir møguleikar í at velja, fyri at loysa bygnaðartrupulleikan. Ein av møguleikunum er at loysa Eik Banka úr TF Samtakinum og lata hann aftur til fólkið, sum av upp­runa eigur bankan.

Tá monopolið á tryggingar­økinum varð avtikið í Føroyum í 1998, og Tryggingarsambandið varð umskipað til eitt parta felag undir navninum P/F Trygg ingar­felagið Føroyar, varð bert partur av pen ing inum, sum tryggingar­tak ar arnir høvdu spart upp, settur í sjálva tryggingar felagið.

Samlaða eginognin í Tryggingar­sambandinum var um 1,3 milliardir krónur um ta tíðina. 300 milliónir krónur vórðu settar í nýggja trygg­ingarpartafelagið, meðan 1 milliard krónur vórðu settar í TF Holding. Tað vóru eisini hesir uppspardu peng arnir, ið vórðu nýttir at keypa Eik Banka frá Fíggjarligum Støðu­festi.

Sambært Jørn Astrup Hansen kundi eitt uppskot tí verið at loyst bankan úr TF Samtakinum og latið partapeningin í bankanum til ein grunn, sum er óheftur av TF Sam­takinum og bankanum. Bankin vil við hesum verða ogn hjá føroyska fólkinum.

– Rímiligt nokk, heldur Astrup, tað var jú tað føroyska fólkið, sum høvdu spart pengarnar upp, ið bankin varð keyptur fyri.

Framtíðin avgerastí komandi mánaðiUm ein góðan mánað verður aðal­fundur í Ognarfelag Trygg ingar­takaranna. Tá skulu teir 35 limir nir í umboðsráðnum, sum eru valdir av fólkinum, velja nevndina í Ognar­felag Tryggingartakaranna, og so­statt eisini nevndina í TF Holding.

Hetta verður gjørt eftir inn­stilling frá tilráðingarbólkinum, sum verður valdur av Umboðs­ráð num. Tríggir limir í tilráðingar­bólkinum verða valdir millum Umboðs ráðslimirnir, meðan ein ella tveir limir verða valdir grund­að á førleikar og vitan. Tað er tó ikki altíð, at tilráðingarnar frá til­ráð ingar bólkinum verða fylgdar.

Í apríl verður aðalfundur í Ognar felag Tryggingartakaranna. Tá liggur framtíðin hjá Eik Banka og øllum feløgunum undir TF Holding í hondunum á teimum 35 um boðs ráðslimunum. Bert teir hava møguleika at ávirka, hvørja kós vit seta fyri størsta fíggjar­sam tak og næststørsta banka í Føroyum.

[email protected]

SAMFELAG

»Stóð tað til mín, varð hesin bygnaðurinbannaður við lóg í morgin«

■ TF-Holding P/F

Nevndin er tann sama sum íL/F Ognarfelag Tryggingartakaranna

Forstjóri: Súni Schwartz Jacobsen

Stjóri: Regin Hammer

L/F Ognarfelag Tryggingartakaranna Nevndin verður vald av Umboðsráðnum, sum verður

valt av tryggingartakarunum við beinleiðis vali

■ Tryggingarfelagið Føroyar P/F

Nevndin verður vald av einsamallaeigaranum, sum er TF-Holding P/F

Forstjóri: Regin Hammer

■ Eik Banki P/F

Nevndin verður vald av einsamallaeigaranum, sum er TF-Holding P/F

Forstjóri: Súni Schwartz Jacobsen

SAVNSMYND

Bygnaðurin í TF Samtakinum. Bæði nevndir og stjórar ganga aftur í øllum samtakinum. Í apríl verður aðalfundur í Ognarfelag Tryggingartakaranna. Tá liggur framtíðin hjá Eik Banka og øllum feløgunum undir TF Holding í hondunum á teimum 35 umboðsráðslimunum

Krakka-

veldi