8
barnadópur

Hugskot til barnadóp

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Her eru nøkur hugskot til prýði og køkur til ein barnadóp

Citation preview

barnadópur

KakanTríggir hvítir lagkøkubotnar við sjokuláta- oghindberjakrem og daimkúlum í millum og fon-dant omaná.

Hindberjakrem400 gr hindber1 pk rómasukur+vaniljusukur

Kóka hindberini í ein minut. Síla vætuna frá.Píska róman og vend berini í róman, smakka til við sukur og vaniljusukur og legg í millum køku-na. Stroy daimkúlur oman á kremið.

Sjokulátakrem1 pk róma100 gr ljós sjokuláta

Hakka sjokulátuna. Koyr róman og sjokulát una í eina grýtu. Sjokulátan skal smelta og síðani skal hetta rørast væl saman.

Set kremið í kuldaskápið til tað er ordiliga kalt. Píska kremið og legg ímillum køkuna. Stroy daim-kúlur oman á kremið.

Bamsur á ferðSet lítlar, fittar bamsur í smáar kurvar, bint eina sloyfu runt um kurvina.

Koyr gávuband runt um tveir pinnar og fest teir á kurvina. Blás 5-6 vatnbalónir upp og set tær fastar ovast uppi.

Borðprýði

Borðprýði

Smá fløggYmiskar lítlar myndir av høvuðspersóninum límaðar á grillspjót av træ.

Set fløggini í kuvert-breyðið ella á køkur.

BorðkortUttan er ein mynd av barninum, sum er tikin til høvið, sett á eina sprøkluta bakgrund, sett upp í photoshop ele-

ments. (Onnur forrit kunnu eisini brúkast) Innan er borðvers og matarskráin.

Borðkortið er umleið 8x8cm og printað á hvít karton.

navnavimplarUm navnið eisini verður avdúka á dópsdegnum, er tað stuttligt at gera eitt sindur burturúr tí, so sum at gera hesar navnavimplarnar.

Tann lætta: Keyp papír við ymiskum mynstri á, klipp tað í trýkantar og skriva ein bókstav á hvønn vimpil. Ger tvey hol í og drag eitt band í gjøgnum

Tann eitt sindur meira krevjandi: Set ymisk mynst-ur saman í photoshop elements ella lík nandi for-riti. Halt teg til tveir litir, sum hóska saman. Skriva ein bókstav á hvørja mynstruta bakgrund. Printa út á ráhvítt papír og klipp í trýkantar.

Ger eisini tveir vimplar við mynd á. Ger tvey hol í og drag eitt band ígjøgnum.

Smákøkur150 gr mjøl100 gr smør50 gr flormelis1 eggjablomma

Formar til smákøkur. Her eru brúktir fótur og sutta.

Blanda mjøl og flormelis saman. Smuldra smørið í. Koyr blommuna í og elt deiggið. Deiggi skal standa í kuldaskápinum í hálv-an tíma, áðrenn tað verður rulla út. Forma síðani eini 32 smákøkur.

Baka køkurnar á 200 hitastigum í 8 minutir mitt í ovninum.

GlasurRør flormelis, eitt lítið sindur av kókaðum vatn i og fruktlit saman og smyr á køkurnar, tá tær eru kólnaðar.