31
Almenn byggisamtykt 2007 2007

Almenn byggisamtykt · 2019. 6. 19. · ættum og hvar á grundini verandi og/ella ætlaðir bygningar og, tá tað verður hildið av týdningi fyri viðgerð av málinum, hvar grannabygningar

  • Upload
    others

  • View
    0

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

  • Almenn byggisamtykt

    2007

    2007

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 2

    INNIHALD

    Partur 1: Umsitingarligar reglur

    § 1. Byggimyndugleiki. 4

    § 2. Økið, sum byggisamtyktin fevnir um. 4

    § 3. Umsókn um útstykkingar- / byggiloyvi. 5

    § 4. Útstykkingar-/byggiloyvi. 7

    § 5. Fráboðan um byggiarbeiðir. 8

    § 6. Nýtsluloyvi 8

    § 7. Umsiting og niðurtøka av bygging 9

    § 8. Trygdartiltøk, meðan bygt verður. 9

    § 9. Revsing fyri brot á fyriskipanirnar. 10

    § 10. Kærumøguleikar. 11 Partur 2: Ásetingar eftir byggireglum

    § 1. Byggimark. 12

    § 2. Útrokning av bruttohæddarvídd. 12

    § 3. Grundstykkjavíddir. 13

    § 4. Hæddir á byggingi 14

    § 5: Frástøða millum hús. 14

    § 6: Tilhaldspláss við bygging. 15

    § 7: Parkeringsøki við bygging. 16

    § 8: Atkomu – og tilkoyringarøki 16

    § 9: Útsjónd á bygging. 17

    Partur 3: Ásetingar fyri ymisku økini

    § 1: Almennar fyriskipanir. 18

    § 2: Økið A: Sethús 18

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 3

    § 3. Økið B: Sethús / smáídnaður 19

    § 4. Økið C: Alment endamál. 20

    § 5. økið D: Havn/ídnaður 20

    § 6. økið E: Fríøki. 22

    § 7. økið F: Onnur øki. 23

    Partur 4: Vegir

    § 1. Greiningar av vegi 24

    § 2. Um at leggja av og gera vegir. 24

    § 3. Privatir vegir. 25

    § 4. Byggilinjur. 25

    § 5. Ymisk loyvi til serliga nýtslu av vegnum. 25

    § 6. Hornaavskurðir og útsýnisøki. 26

    § 7. Avtøka av vegum. 26

    § 8. Girðing út móti vegi. 26

    Partur 5: Frárenning, vatnveiting og aðrar veitingar

    §1. Frárenning. 28

    § 2. Broytingar í verandi frárenningum 28

    § 3. Vatnveiting 29

    § 4. Fráboðanarskylda. 29

    Partur 6: Aðrar reglur

    § 1. Serstakar byggisamtyktir. 30

    § 2. Kunngerð av byggisamtyktum. 30

    § 3. Broytingar í byggisamtyktini. 30

    § 4. Byggisamtyktin kemur í gildi. 31

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 4

    Partur 1. Umsitingarligar reglur

    § 1. Byggimyndugleiki.

    1. Byggimyndugleikan í Tvøroyrar kommunu hevur býráðið sambært løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir.

    2. Í málum, sum liggja innan fyri ásetingarnar í byggisamtyktini, og har

    málið annars ikki hevur størri ávirkan ella principiellan týdning, hevur tekniska nevnd tó byggimyndugleikan. Slík mál skulu verða løgd fyri býráðið til kunningar.

    3. Byggifulltrúin hevur vegna byggimyndugleikarnar eftirlit við, at

    byggisamtyktin verður hildin og hevur um hendi umsiting av byggisamtyktini.

    § 2. Økið, sum byggisamtyktin fevnir um.

    Henda byggisamtykt fevnir um alla Tvøroyrar kommunu og er galdandi í tann mun, annað ikki er ásett við serstøkum byggisamtyktum fyri partar av kommununi.

    1. Ásetingar í byggisamtyktini galda fyri:

    a) Útstykkingar. b) Nýggja bygging. c) Umbygging ella uppíbygging til verandi bygging. d) Broyting av innrætting ella nýtslu av verandi bygging, har

    samtyktin hevði verið galdandi, um í staðin varð bygt av nýggjum.

    e) Verandi bygging, tá týðulig heimild er fyri hesum eftir teimum einstøku ásetingunum.

    2. Til bygging verður roknað við:

    a) Fastar konstruktiónir og virki, sum eftir fortreytunum í byggiviðtøkuni mugu roknast sum bygging.

    b) Flytiligar konstruktiónir sum tjøld, bátar, vognar, bingjur ella tílíkt, tá tær eru nýttar sum bygging, ið ikki er fyribils.

    c) Tangar, kranar, flutningsbrýr, pallar og aðrar konstruktiónir í tann mun, sum býráðið (tekniska nevnd) heldur vera náttúrligt, tá ið hugsað verður um almennan tryggleika, skil,

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 5

    heilsu ella onnur viðurskifti, sum byggisamtyktin er ætlað at røkja.

    3. Byggingar, sum eru, mugu ikki við broyting, um/ella afturatbygging,

    hækka ella á annan hátt verða broyttar soleiðis, at tær stríða ímóti galdandi reglum ella, um so skuldi verið, fara at stríða enn meira móti hesum reglum, enn tær longu gera.

    4. Skulu bygningar, sum eru, verða umvældar ella broyttar so nógv, at

    øll byggingin yvirhøvur verður endurnýggja (høvuðsumbygging), skal arbeiðið verða gjørt soleiðis, at byggingin mest samsvara við tær reglur, ið galda fyri nýbygging.

    5. Nýggj bygging, broytingar, umbyggingar, uppíbyggingar og

    høvuðsumbyggingar skulu, umframt at vera eftir hesari byggisamtyktini, eisini vera eftir møguligum býarskipanum, serstøkum byggisamtyktum og servituttum við kommunu sum átalumyndugleika og aðra lóggávu annars.

    § 3. Umsókn um útstykkingar- / byggiloyvi.

    1. Umsókn um útstykkingar – og/ella byggiloyvi verða sendar til byggifulltrúan, sum leggur øll mál fyri byggimyndugleikan. Aftaná at byggimyndugleikin hevur viðgjørt øll mál fyri byggimyndugleikan.

    2. Bygging og útstykking av grundstykkjum, har hendan byggisamtykt

    er galdandi, kann ikki verða sett í gongd fyrr enn aftaná, at fingið er skrivligt loyvi frá byggimyndugleikanum og um útstykking harafturat loyvi frá Matrikulstovuni. Tað sama er galdandi fyri broyting í nýtslu av bygging, gerðav vegi, kloak ella frárensli.

    3. Umsókn um útstykking – og/ella byggiloyvi skal verða skrivligt, og skal í umsóknini vera:

    a) Viðmerkt matrikul nummar og hvar ognin liggur. b) Týðuliga uppgivið tað arbeiðið, sum ætlanin er at gera.

    c) Týðuligt uppgivið tær lógarreglur, her millum annað

    byggiservituttar, sum ætlanin ikki samsvarar við. Eitt byggiloyvi gevur ikki frávik (dispensatión) frá lógarreglum ella eitt loyvi fram um ein byggiservitut, uttan hetta er týðuliga viðmerkt í byggiloyvinum.

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 6

    Tað skal í slíkum førum verða viðlagt ein sjálvstøðug og grundgivin umsókn skrivað til ávarandi dispensatiónsmynduleikar.

    d) Fyri broytta nýtslu av bygging, upplýsingar um bæði

    nýtsluna higartil og ætlaðu nýtsluna.

    4. Viðlagt einari umsókn um útstykking- og / ella byggiloyvir skal

    vanliga verða fylgjandi (við umsókn bert um útstykking, tó vanliga bert tað í pkt. a nevnda tilfar):

    a) 2 eintøk av støðumynd í minsta lagi mát 1:1000 ( t.d.

    1:500 ella 1:200), sum vísir stødd og skapilsi á grundstykkinum, hvussu hon vendir móti gøtum og ættum og hvar á grundini verandi og/ella ætlaðir bygningar og, tá tað verður hildið av týdningi fyri viðgerð av málinum, hvar grannabygningar ella grannagrundstykkir eru.

    b) Upplýsingar um núverandi og framtíðar hæddakotir og,

    tá tað verður hildið av týdningi fyri viðgerð av málinum, hæddarkotir á grundstykkjum í grannalagnum.

    c) 2 eintøk av plani, har vístir eru møguligir verandi

    og/ella ætlað frárensl, og hvussu hesi verða íbundin frá byggingini.

    d) 2 eintøk av tekningum við innskrivaðum mátum 1:100

    av plani, skurðum og síðum í so stórum mun, sum neyðugt fyri at døma um byggingin er eftir galdandi reglum. Her skal eisini verða viðmerkt nýtsla av rúmunum.

    e) 2 detailtekningar av møguligum serstøkum

    konstruktiónum, viðlagt allar teir upplýsingar, sum eru neyðugar at skilja ætlanina.

    5. Umsóknin skal dagfestast og undirritað av eigarinum, um ikki umsøkjarin á annan hátt skjalprógvar rætt til at gera arbeiðið.

    6. Fylgiskjøl skulu verða dagfest, og viðmerkt skal verða, hvør hevur

    ábyrgdina av tí, sum stendur á teimum.

    7. Byggimynduleikin kann krevja, at afturat umsóknini verður viðlagt váttan frá tinglýsingini um teir á ognini tinglýstu servituttirnar og

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 7

    kann um neyðugt krevja upplýst teir servituttat, sum eru galdandi fyri ognina.

    8. Byggimyndugleikarnir kunnu krevja, at upplýsingar um støddina á

    grundstykkinum verða váttaðir av matrikulstovuni. 9. Byggimynduleikarnir kunnu annars krevja hvønn upplýsing, sum er

    neyðugur fyri at meta um eina byggiætlan ella eina útstykkingarætlan.

    10. Byggiharrin kann, áðrenn umsókn um útstykkingar og/ella

    byggiloyvi verður innsent, senda inn eina skitsuætlan til byggimyndugleikarnar og krevja eina fyribils støðutakan til ætlanina. Í einari møguligari noktan av einari ætlan skal verða ein grundgeving, sum so langt gjørligt kann verða leiðbeinandi fyri byggiharran við víðari viðgerð av projekti.

    11. Annað eintaki verður varðveitt hjá kommunuumsitingini, meðan hitt

    verður sent umsøkjarinum aftur við áteknaður byggiloyvi ella játta til tað, ið søkt verður um.

    § 4. Útstykkingar-/byggiloyvi.

    1. Eitt útstykkingar- og/ella byggiloyvi skal vera skrivligt. Eitt fotaavrit av útstykkingar- og/ella byggiloyvinum verður goymt í skjalasavninum hjá kommununi.

    2. Eitt byggiloyvi fellur burtur, um byggingin ikki er byrjað, áðrenn 2

    ár frá dagfestingini á byggiloyvinum.

    3. Fyribils góðkenningin av einum skitsuuppriti sambært §3 skt. 10 fellur burtur eftir 1 ár eftir dagfestingina á góðkenningini, um ikki umsøkjarin áðrenn hevur sent inn veruliga umsókn um byggiloyvi.

    4. Um tað í byggiloyvinum verða sett fram krøv út um ásetingar í

    byggilógum, skulu slík krøv verða viðmerkt serstakt við upplýsingum um heimild fyri teimum, og um, hvvar – og møguliga innan hvørja freist – ein møgulig klaga yvir slík krøv kann verða send.

    5. Loyvið kann vera avmarkað til bara at fata um fyrireikingar til

    bygging: Grevstur fyri grund, spreinging, javnan av lendi, stoyping av undirstøði, veg-, kloakk- og frárenningararbeiði o.s.fr.

    6. Fyri byggiloyvi kunnu verða settar allar treytir, ið hava grundir fyri

    sær viðvíkjandi dálking, umhvørvi, inngirðing, konstruktión, her eisini íroknað, hvussu skipað er fyri tilkoyring, fráseting av

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 8

    vagnum, túni og í eini heildarbyggiætlan fyri avvarðandi øki. Byggiloyvið kann somuleiðis vera treyta av trygdartiltøkum .

    7. Áðrenn byggiloyvi verður givið, skal byggiharrin rinda Tvøroyrar

    Kommunu 10.000,- kr, sum íbindingargjald fyri kloak og 5.000,- kr fyri íbindingargjald til sóttreinsa vatn, um hetta verður íbundi. Verður íbundi einum privatum vatnflg. tekur hetta vatnflg. støðu til íbindingargjald og/ella vatngjald.

    § 5. Fráboðan um byggiarbeiðir.

    1. Áðrenn ein, sum hevur fingið byggiloyvi, fer at byggja, skulu boð um hetta við minst 8 daga varningi verða givin byggifulltrúanum. Í boðunum skal verða viðmerkt, hvør stendur fyri arbeiðinum.

    2. Er ikki byrjað upp á eitt arbeiði innan 1 ár aftaná fráboðan, ella

    hevur arbeiðið verið steðgað longri enn 1 ár, skal av nýggjum verða fráboðað byggifulltrúanum eftir stk. 1. Varar steðgurin meiri enn 2 ár, skal verða søkt um byggiloyvi av nýggjum.

    3. Tá byggiarbeiðið er liðugt, skal fráboðan um hetta verða latin

    byggifulltrúanum.

    § 6. Nýtsluloyvi

    1. Ein bygging, sum hevur byggiloyvi, kann ikki verða tikin í nýtslu, fyrr enn byggimyndugleikarnar hava givið nýtsluloyvi. Eitt avrit av byggiloyvinum verður goymt í skjalasavninum hjá kommununi.

    2. Áðrenn nýtsluloyvi verður givið, kannar byggifulltrúin, um byggingin

    er sambært byggisamtykt og teimum serstøku treytunum, sum møguliga eru álagdar í byggiloyvinum.

    3. Tá ivamál eru, hevur byggifulltrúin rætt til – møguliga meðan bygt

    verður – at krevja eina váttan frá Matrikulstovuni um, at galdandi fjarstøðukrøv eru hildin.

    4. Byggimyndugleikarnir kunnu geva eitt fyribils loyvi at taka ein part av

    einari bygging í nýtslu, tá tenn parturin er gjørdur eftir forskriftinum, og tá vandi ella munandi ampi ikki standast av nýtsluni.

    5. Byggimynduleikin kann krevja rætting av ólógligum viðurskiftum, tá

    lagt verður merki til hetta, sjálvt um nýtsluloyvi er givið.

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 9

    § 7. Umsiting og niðurtøka av bygging

    1. Ein og hvør bygging skal í øllum lutum og við øllum, ið til hoyrir, til eina og hvørja tíð verða forsvarliga hildin og í hampiligum standi. Er bygging serliga illa umsitin, kann byggivaldið áleggja avvarðandi at bøta um brekini og um neyðugt, lata tey gera fyri rokning eigarans.

    2. Verður hildið, at vandi hóttir tey, sum búgva í húsinum ella onnur,

    kann byggivaldið krevja, at húsini verða byrgd og møguliga, at flutt verður úr teimum ella øðrum húsum.

    3. Ikki er loyvt at fara undir at takað niður bygging uttan so, at loyvi er

    fingið frá byggivaldinum. Í umsókn um slíkt loyvi, skal viðmerkjast á leið, hædd og vídd á bygningi og hvør stendur fyri hesum arbeiðið. Niðurtøka av úthúsum, skúrðum o.l. minni bygningum krevur ikki nakað loyvi.

    4. Arbeiðið skal gerast vandaliga. Byggimyndugleikarnir kunnu í

    teimum einstøku førunum vísa á, hvussu arbeiðið eigur at vera gjørt.

    5. Hevur bygningur innleggingar til frárenningar, vatn, ravmagn, telefon ella tílíkt, er ikki loyvt at fara undir arbeiðið, fyrr enn avvarðandi mynduleiki ella felag hevur fingið boð um hetta, uttan so, at arbeiðið verður gjørt av alment góðkendum handverkara.

    § 8. Trygdartiltøk, meðan bygt verður.

    1. Tá ið grivið ella sprongt verður fyri grund, skal tann, ið byggir, taka

    til øll neyðug trygdarráð til at verja fyri skaða og vanda. 2. Tá byggiarbeiðið er í gongd so nær við veg, at ampi ella vandi kann

    vera fyri fólk, sum koma fram við byggiplássinum, skal byggiplássið vera hegnað inni móti vegnum við einum hegni, sum byggimyndugleikarnir góðkenna, og um neyðugt skal harafturat verða uppsett skermtak út yvir gongubreyt og / ella veg.

    3. Verður hildi neyðugt, meðan byggiarbeiðið fer fram, her íroknað

    neyðturvilig umvæling ella umsiting, bráfeingis at loyva atgongd inn á annans mans grund ella at seta skorður, stiga, byggipallar, skjóltak ella tílíkt á hana, inn yvir hana ella á hús á henni, er byggivaldinum heimilað at loyva tí við hóskandi fyrivarni í tann mun, neyðugt er, at geva loyvi til at ráða yvir annans mans ogn. Meðan loyvið frá byggivaldinum verður nýtt, má hetta vera til minst møguligan ampa

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 10

    fyri eigaran ella brúkaran av grannaognini. Ognin skal, tá ið tílík nýtsla heldur uppat, sum skjótast verða sett í sama stand sum áður.

    4. Ivaspurningar um frammanfyri nevndu reglu verða avgjørdir av

    byggimyndugleikanum, tó eftir § 10 stk. 1

    § 9. Revsing fyri brot á fyriskipanirnar.

    1. Bót verður givið tí, sum:

    a) Uttan loyvi byrjar eitt arbeiði, sum er umfatað av hesari byggisamtyktini.

    b) Ikki gevur byggimyndugleikunum teir kravdu

    upplýsingarnar.

    c) Tekur ein bygning í nýtslu, áðrenn tey neyðugu loyvini eu fingin til vega.

    d) Forðar byggimyndugleikunum atgongd til eftirlit.

    e) Ikki heldur tey trygdarkrøv, sum byggimyndugleikarnir

    hava ásett.

    f) Annars brýtur tær reglur, sum eru í hesari byggisamtykt, reglur í møguligari serstakari byggisamtykt og ásetingar á teimum seinstøku byggiloyvunum.

    2. Tað liggur altíð á verandi eigara av einari ogn at fáa í rættlag

    viðurskifti, sum eru í stríð við hesa byggiviðtøku, møguliga serstaka byggiviðtøku og eftir serstøkum ásetingum í teimum einstaku byggiloyvunum. Um ognin verður brúkt ólógliga, hevur brúkarin somuleiðis skyldu at fáa viðurskiftini í rættlag.

    3. Ger eigarin ikki eftir boðum, hann hevur fingið, kann við dómi verða

    álagt honum at rætta viðurskiftini, áðrenn ásett tíð er umliðin og noyddur av nóg stórari framhaldandi bót.

    4. Tá kunngjørdur dómur við boðum um at rætta ólóglig viðurskiftir

    ikki verður aktaður rættstundis og ikki kann verða mett, at innkrevjing av dagbótum ger, at eigarans ella brúkarans rokning gera tað neyðuga fyri at rætta viðurskiftini.

    5. Ongum er heimilað at nokta starvsfólki byggivaldsins ella

    umboðsfólki tess atgongd, tá ið tey við fullgóðum við fullgóðum heimildarprógvi koma til eina ogn at kanna eftir, um og í hvønn mun

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 11

    ein bygging er í samsvar við galdandi lóg, og um ásetingarnar í samtyktini

    6. Verður farið undir arbeiðið, sum kemur undir ásetingarnar í hesi

    samtykt, uttan at fyrisett loyvi er fingið, kann byggivaldið krevja, at løgreglan beinanvegin setur bann fyri, at hildið verður fram við hesum arbeiði.

    7. Reglur, reglugerðir, skipanir og ásetingar gjørdar sambært hesi

    samtykt, ella ásetingar bundnar at tí einstaka byggiloyvinum, skulu vera at rokna fyri partar av byggisamtyktini og hava somu vernd sum hon.

    § 10. Kærumøguleikar.

    1. Avgerðirnar hjá byggimynduleikanum eftir hesari byggiviðtøkuni og møguligum serstakum byggiviðtøkum kunnu kærast til Landsstýrið.

    2. Tá annað ikki er fyrisett, er kærufreistin 30 dagar frá tí degi,

    avvarðandi fekk avgerðina at vita og upplýsing um hesa freist og um, hvat vald kært kann verða til. Fyri avgerðir, sum alment eru kunngjørdar, verður kærufreistin roknað frá kunngerðardegnum.

    3. Kæra um boð, sum byggivaldið hevur givið, sleppur einum ikki frá

    at gera eftir teimum. Tó er kæruvaldinum heimilað at áseta, um kæra skal leingja um freistina.

    4. Sakarmál til tess at royna avgerðir, sum Landstýrið hevur tikið

    samsvararandi teirri almennu byggisamtyktini og teimum serstøku byggisamtyktunum, skal verða reist, áðrenn, 6 vikur eru gingnir frá tí degi, tá ið avgerðin er fráboðað avvarðandi. Viðvíkjandi avgerðum, sum alment eru kunngjørdar, verður kærufreistin roknað frá kunngerðardegnum.

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 12

    Partur 2: Ásetingar eftir byggireglum

    § 1. Byggimark. 1. Tað er avmarkað eftir byggireglum, hvussu nógv í mesta lagi er loyvt

    at byggja á einum grundstykki. Avmarkingar eru nevndar í hesum partinum og fyri tey ymisku økini í parti 3.

    2. Við nýtslustig verður skilt tann partur, sum bruttohæddavíddin er av

    víddini av grundstykkinum.

    § 2. Útrokning av bruttohæddarvídd. 1. Bruttohæddavíddin fyri ein bygning, verður útroknað sum

    samanteljing av bruttohæddavíddini av øllum hæddum, her eisini kjallarar og brúktar takhæddir við teimum í stk. 2-5 nevndu háttunum.

    2. Rúm, sum røkka yvir fleiri hæddir, verða bert roknað við til ta

    hæddina, har gólvið er, trappurúm og ljóskaktir verða tó roknað við fyri allar hæddir.

    3. Við í bruttohæddarvíddina verður roknaði:

    a) Innskotnar hæddir, balkonir innan, gallaríir og líknandi. b) Altangongdir og trappur til altangongdir. c) Yvirtaktar víddir, um byggimynduleikin metir at tær

    verða roknaðar við, um tær vóru í einum bygningi d) Úthús, vakstarhús, skúrar og líknandi bygningar.

    4. Við í bruttohæddarvíddina verða ikki roknaði:

    a) Í sethúsum: kjallarahædd, har loftið er hægst 1,0 metur

    yvir hægsta jørðildi við húsahorn. Er jarðarmunur, roknað sum hæddarmunurin millum hægsta og lægst jørðildi við húsahorn, minni enn 1,0 metur, kann kjallaraloftið tó leggjast upp til 1,5 metur yvir hægsta jørðildi við húsahorn.

    b) Í bygningum, sum heilt ella partvíst verða brúktir til annað enn at búgva í: rúm, sum bert eru roknað at vera stutt inni í, og sum bert eru neyðug fyri virksemi í bygninginum, sum t.d. fýr- og brennirúm, ruskrúm og luftskiftisrúm.

    c) Opið yvirtakt tún við sethús. d) Altanir.

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 13

    e) Úthús, vakstrarhús, skúrar og líknandi bygningar, um grundflatan ikki er størri enn 10 m2 og hæddin ikki er hægri enn 2,4 metur.

    5. Fyri bilhús og bilskýli galda hesar reglur:

    a) Við vanlig sethús og tvíhús verður bert roknað við (antin

    bilhúsini eru partur av kjallarnum, í ella omanfyri jørðildahædd, ella bilhúsini eru ein tilbygningur ella serstakur bygningur) tí parturin av viddini, sum bilhúsini eru størri enn 35 m2, og við raðhús, bólkahús o.l. bert tann parturin av víddini, sum bilhúsini eru størri enn 20 m2.

    b) Við aðra bygging, verður bert roknað við tí víddini, sum bilhúsini eru størri enn 25 % av restini av bruttohæddavíddini.

    6. Tann bruttohæddarvíddin, sum eftir stk. 1-5 skal roknast við, verður

    máld í einum plani avmarkað av yvirsíðuni á lidnum gólvi til útsíðuna av teimum avmarkandi útveggjunum við fylgjandi frávikum:

    a) Í brúkiligum takhæddum verður roknað við tí víddini,

    sum er í ein vatnrøttum plani 1,5 metur yvir lidnum gólvi og innan skering við útsíðu á takinum.

    b) Opnar hæddir, portur o.l. verður viðroknað til ta striku, sum útveggirnir á bygninginum annars høvdu verið eftir.

    c) Við yvirtekningar uttan avmarkandi útveggir verður víddin máld eftir takflatuni. Við tær fríu síðurnar á einum bilskýli verður víddin tó roknað innan fyri eina striku 0,5 metur frá avmarkingini á takflatuni.

    § 3. Grundstykkjavíddir.

    1. Hesar víddir verða ikki taldar við í víddina á grundstykkinum:

    a) Víddin millum ein veg og eina linju eftir einari fastsettari breiðking av vegnum.

    b) Ein vídd, sum av tí at vegur ella gøta gongur gjøgnum grundstykkið, ikki beinleiðis hevur samband við tann partin av grundstykkinum, sum byggjast skal á. Tað sama er galdandi, um ætlanin er at gera veg ella gøtu, men arbeiðið ikki enn er gjørt.

    c) Aðrir jarðarlutir, sum hava sama matrikulnummar sum grundstykkið, sum byggjast skal á, men sum ikki hanga saman við grundstykkjum.

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 14

    § 4. Hæddir á byggingi

    1. Ongin bygningur ella partur av bygningi má verða hægri, enn at nóg

    nógv ljós sleppur til grannabygningarnar, og at tað er samsvar við bygningarnar í grannalagnum, ella verða hægri enn brunalig atlit loyva.

    2. Ongin partur av útveggi ella tekju á bygnini – yvirskøldur ikki

    íroknaður – má vera so høgur, at hann:

    a) Í mun til veg ella gøtu er hægri enn 0,8 ferðir frástøðuna frá vegjaðaranum yvirav ella vegbreiðkanarlinju.

    b) Í mun til gøtu er hægri enn 3 m afturat 0,8 ferðir frástøðuna til ta síðuna á gøtuni, sum er longst burturi.

    c) Í mun til grannamark er hægri enn 3 m afturat 0,8 ferðir frástøðuna frá markinum.

    d) Í mun til aðra byggin á sama frundstykki er hægri enn 0,8 ferðir frástøðuna frá henni.

    3. Upp um løgligan húsprofil kunnu eldkambar, skorsteinar, takkvistar o.l. verða gjørdir.

    4. Byggimynduleikin kann gera frávik frá ásetingunum í stk. 2, tá tað

    snýr seg um ídnaðarbygging og fyri bygging, ella har tað er talan um bygging eftir einari samlari skipan. Loyvið til frávik skal tó verða eftir ásetingunum í stk. 1.

    5. Frástøðurnar í hesi grein verða máldar vatnrætt uttan mun til

    jarðarmun og hornrætt í linju ella flata yvirav. Við hædd verður skilt tann lodrætta hæddin máld av vatnrættum flata fastsett av bygningsmyndugleikanum.

    6. Ásetingarnar í hesari greinini um hæddir á bygningum galda ikki fyri

    tey í parti 3 viðgjørdu økjunum, um tað fyri økini er fastsettar ásetingar um frávik um hæddir a byggningini.

    § 5: Frástøða millum hús.

    1. Uttan mun til tær fjarstøður, sum eru neyðugar eftir ásetingum í grein 15 um hæddir á bygningum, so eru galdandi tær ásetingar um fjarstøður, sum eru viðgjørdar í hesi grein.

    2. Hús skulu vera minst 2,5 m frá marki móti aðrari grund og frá marki

    móti vegi og gøtu. Hús kunnu tó verða nærri grannamarki enn 2,5 m, um skrivligt loyvi verður givið frá grannanum, og um samstundis

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 15

    verður tryggja ein fjarstøða upp á minst 4 m millum byggingar á teimum báðum grundstykkjunum.

    3. Tá tað á einum vegi av ferðsluávum er neyðugt, kunnu

    byggimynduleikarnir krevja, at bilhús og bilskýli ikki verða sett nærri vegjaðarinum enn 5,0 m Er løgd føst ein linja fyri víðkan av vegnum, verður fjarðstøðan roknað frá hesari.

    4. Uttan mun til ásetingarnar í § 4 stk. 2c um hæddir á bygningum í mun

    til aðra bygging á somu grund kann fjarstøðan á sama grundstykki millum bilhús, bilskýli, yvirtakt tún, úthús, skúrðir o.l. minni bygningar og fjarstøðan millum hesar bygningar og sethús (her eisini tvíhús, raðhús, ketuhús, bólkahús o.l.) verða minkað til 1 m. Út fyri vindeygu til búrúm og køk skal fjarstøðan tó vera minst 2 m.

    5. Tær fjarstøðurnar, sum eru viðgjørdar í hesi grein, verða máldar sum í

    § 4 stk. 5.

    6. Ásetingarnar í hesari greinini um fjarstøður millum bygningar eru ikki galdandi fyri tey øki, sum eru viðgjørd í parti 3, um tað fyri hesi øki eru gjørar aðrar ásetingar um fjarstøðu millum bygningar.

    § 6: Tilhaldspláss við bygging.

    1. Við íbúðarbygging skulu leggjast og gerast fríøki fyri at fáa hóskandi

    felags tilhaldspláss til búfólkið. Tilhalsplássið skal minst vera somu vídd sum bruttohæddarvíddin á byggingini.

    2. Við bygningar til annað endamál enn bústað, avger byggimynduleikin

    í hvørjum einstøkum føri, um víddin av tilhaldsplássinum er hóskandi fyri tey sum arbeiða í bygninginum.

    3. Byggimyndugleikin kann loyva, at tilhaldsplássið er felags fyri fleiri

    ognir. Byggimyndugleikin kann harafturat loyva, at ásetingarnar um tilhaldspláss verða frávikin innan fyri økir við eldri, tættari bygging.

    4. Óbygdar víddir, sum eru útlagdar til og góðkendar til tilhaldspláss, mugu ikki nýtast til annað endamál. Um tað við veranadi bygning er eitt óbygt øki, sum er egnað til tilhaldspláss, kann byggimyndugleikin forbjóða, at bygningurin verður nýttur soleiðis, at hetta er til ampa fyri nýtsluna av økinum sum tilhaldspláss.

    5. Tilhaldspláss og atkomupláss til tey skulu verða hildin so væl, at tað

    er vandaleyst at brúka tey til ætlaða endamálið. Byggimyndugleikin kann fyri rokning eigarans gera neyðugt viðlíkahald.

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 16

    § 7: Parkeringsøki við bygging.

    1. Tað skal við bygningar verða útalgt nóg mikið av parkeringsøki

    soleiðis, at tey sum búgva og tey sum arbeiða í bygningunum, og tey vitjandi, viðskiftafólk, seljarar o.a. kunnu seta teirra akfør á parkeringsøki á grundstykkinum.

    2. Við sethús galda fylgjandi krøv fyri at nøkta tørvin fyri parkeringsøki,

    um ikki byggimyndugleikin krevur annað:

    a) Við sethús ( her eisini tvíhús, raðhús, ketuhús, bólkahús og líknandi) skulu útleggjast parkeringsøki til minst 2 bilar fyri hvønn bústað. Er pláss fyri einum ella fleiri bilum í bilhúsi, verður kravt niðursett til 1 parkeringspláss fyri hvønn bústað.

    b) Við bústaðarbygging annars, skal parkeringøki – saman við møguligum garaguøki – minst vera 1 fyri hvønn sjálvstøðugan bústað.

    3. Við bygningar til annað endamál enn bústað, skal parkeringsøkið í

    hvørjum føri sær í mun til nýtsluna av bygninginum góðkennast av byggimyndugleikanum.

    4. Eftir góðkenning frá byggimyndugleikanum kann tað omanfyri

    nevnda parkeringsøki, heilt ella partvíst, verða gjørt sum felags parkerinsøki fyri fleiri ognir.

    5. Bilstøðlar skulu verða gjørdir, samstundis sum bygt verður.

    6. Frávik frá omanfyri standani ásetingum kunnu verða loyvd, um so er,

    at neyvari reglur eru fyrisettar í skipan, sum gjørd er av býráðnum.

    § 8: Atkomu – og tilkoyringarøki 1. Frá vegi til óbygd øki á einari ogn skal tað vera ein atgongd ella

    tilkoyring, sum í mun til, hvussu ognin liggur, rætningum, breidd og hædd er eftir skapi av byggingini uttanum.

    2. Tann ásetta atgongdin frá vegi til tað óbygda økið, skal altíð vera

    nóg væl upplýst og farbar fyri atgongd uttan forðing og má ikki verða brúkt til parkering, goymslu ella á annan hátt, sum stríður móti endamálinum fyri ásetingina. Bjargingaramboð hjá brandstøðini skulu til hvørja tíð uttan forðing kunnu koma til grundina.

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 17

    § 9: Útsjónd á bygging. 1. Allar fríar útsíður og takflatur á einum bygningi skulu gerast av

    slíkum tilfari og viðgerðast soleiðis, t.d. við máling ella pussing, at tað í mun til hina byggingina á staðånum kann fáast ein góð heild.

    2. Byggimyndugleikin kann gera byggiloyvi treytað av, at byggingin í

    síni heild, herundi hegn, skelti v.m. kemur at síggja út soleiðis, at hon samsvarar við hinari byggingina á staðnum í eina góða heild.

    3. Tá tær í stk. 1 og 2 nevndu ásetingar ella atlit til arkitektonisk virði

    krevja tað, kann byggimynduleikin krevja, at útsjóndin verður verandi samsvarandi tí líki, hon er í, soleiðis at broytingar í hesum viðurskiftum bert verða gjørdar við góðkenning frammanundan frá byggimynduleikanum.

    4. Hvør bygging, óbygd øki á ognum og har á verandi innrættingar

    skulu haldast í forsvarligum standi, soleiðis at tey ikki volda vanda fyri búfólk á ognini ella onnur ella á annan hátt hava týðandi manglar. Harafturat skal ognin verða hildin í ein eftir staðnum sømiligum standi. Um viðlíkahldið av einari bygging sýnir týðuligarmanglar, kann byggimynduleikin áleggja boð um ábøtur av manglunum.

    5. Ásetingarnar í stk. 4 galda uttan mun til, sær bygt er upprunaliga.

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 18

    Partur 3: Ásetingar fyri ymisku økini.

    § 1: Almennar fyriskipanir. 1. Í Tvøroyrar kommunu eru útløgd tey øki, sum eru viðgjørd nærri í

    greinunum 2 – 7 í hesum parti. Avmarkingarnar av økjunum eru vístar á einum korti til hesa byggisamtyktina, sum er alment atkomandi á teknisku deild.

    2. Samtyktin fevnir um øki til herundir nevndu endamál: A. Sethús B. Sethús/smáídnaður C. Alment endamál D. Havn/ídnaður E. Fríøkið F. Onnur øki

    3. Byggimyndugleikin kann í samsvar við sínar avgerðir fyri innan av

    býarskipanararbeiðnum gera serstakar byggisamtyktir innan tey nevndu økini í tann mun, tørvur er á tí.

    4. Byggimyndugleikin skal – sum fortreyt fyri at geva byggiloyvið –

    lata gera útstykkingarætlan og/ella byggiætlan fyri eitt nærri avmarkað øki fyri at tryggja vegatgongd til tey einstøku grundstykkini og fyri at tryggja eina annars hóskandi nýtslu av økinum við atliti til býarskipanina.

    5. Samtykt er, at ongin sethúsabygging verður loyvd sunnanfyri

    høvuðsvegin / niðaravegin, ímillum Svalbardsá og Húsagarðsánna.

    § 2: Økið A: Sethús 1. Økið A verður lagt til sethúsabygging.

    Í økinum mugu bert verða bygd fríttliggjandi sethús, og eftir serstøkum loyvi frá byggimyndugleikunum tví-, rað- og ketuhús, bólkahús og líknandi. Innan fyri økið kunnu tó í sethúsum og verandi bygningum verða innrættað høli til handil, ansing og liberala vinnu um hetta virkið ikki er til bága fyri ella misprýðir økið sum bústaðarøkið.

    2. Fyri byggingina galda fylgjandi ásetingar:

    a) Grundstykkini skulu verða minst 500 m2 til víddar ( sí tó stk. 3.) b) Tá bygt verður eftir einari byggiætlan, sum byggimyndugleikin

    hevur góðkent og tryggjað, ella eftir serstakari byggisamtykt,

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 19

    kann byggimyndugleikin loyva, at grundstykkini eru minni enn 500 m2 – tó minst 400 m2 fyri eitt hús til eina familju og 300 m2 fyri hvønn partin av einum dupult-, rað- ella ketuhúsi, bólkahúsi ella líknandi. Ein partur av tí fastsettu minstu grundvíddini, kann verða loyvdur lagdur út til felags tilhalds- ella parkeringøkið.

    c) Nýtslustigið má tó ikki verða størri enn 0,3 fyri hús til eina familju og 0,4 fyri hvønn partin av einum tví-, rað- og ketuhúsi, bólkahúsi og líkandi. Við størri savnaða bygging kann byggimyndugleikin loyva, at nýtslustigið verður roknað fyri økið í síni heild.

    d) Bygningar mugu ikki verða gjørdir við meira enn einari hædd við nýttum lofti, og mugu annars ikki verða hægri enn 5 m til yvirsíðu á lidnum gólvi á loftinum, og 8 m til mønina, mált frá miðaljørðildi (miðal av jørðildi við húsahorn). Við størri savnaða bygging kann byggimyndugleiki loyva, at vikið verður frá hesum ásetingum. Loyvið skal tó verða givið í samsvar við §4 í 2. parti.

    3. Fyri grundstykki, sum eru útstykkjað, áðrenn henda byggiviðtøkan er komin í gildið, og sum eru minni enn 500 m2, verða umsóknir um byggiloyvi viðgjørdar soleiðis:

    a) Á grundstykkjum, sum eru minni enn 300 m2, verða bert givið

    byggiloyvi í heilt serstøkum føri, og bert um bygt verður eftir einari byggiætlan, sum byggimyndugleikin hevur góðkent og tryggjað, ella serstakari byggismtykt fyri eitt nátúrligt avmarkað økið.

    b) Á grundstykkjum, sum eru størri enn 300 m2, men minni enn 500 m2, verður nýtslustigið fastlagt í mun til víddina á grundstykkinum soleiðis, at nýtslustigið er 0,4 fyri grundstykki til víddar 300 m2 minkandi lutfalsliga til 0,3 fyri grundstykki upp til vídd 500 m2.

    § 3. Økið B: Sethús / smáídnaður

    1. Økið B verður lagt út til sethús – og smáídnað.

    Í økinum má ikki uttan serstakt loyvið frá byggimynduðleikunum verða gjørdir bygningar til ella innrættast virksemi við framleiðsluvirksemi ella uttandura goymslu. Í hesum økið er loyvt at hava handlar, smáhandverk og minni virkir, skrivstovur, stovnar, samkomuhús, heilsubótarhøli og tílíkt.

    2. Fyri byggingina galda fylgjandi ásetingar:

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 20

    a) Grundstykkini skulu minst verða 500 m2 til víddar ( sí tó stk. 3) b) Nýtslustigið má ikki vera meiri enn 0,5. c) Hús mugu ikki verða bygd við fleiri enn 2 hæddum við nýttum

    lofti, og mugu annars ikki verða hægri enn 7 m til yvirsíðu á lidnum gólvi á loftinum, og 10 m til mønina, mált frá miðal jørðildi ( miðal av jørðildi við húsahorn).

    d) Byggimyndugleikin kann loyva, at vikið verður frá ásetingunum í punkt a – c, um byggingin verður gjørd eftir einari av byggimyndugleikanum góðkendari byggiætlan ella einari serstakari byggisamtykt fyri eitt nátúrligt avmarkað øki. Nýtslustigið fyri økið sum heild kann tó ikki vera hægri enn 1,0.

    3. Fyri grundstykki, sum eru útstykkjað, áðrenn hendan byggiviðtøkan er komin í gildið, og sum eru minni enn 500 m2, verða umsóknir um byggiloyvi viðgjørdar soleiðis:

    a) Á grundstykkjum, sum eru minni enn 300 m2, verður bert givið

    byggiloyvið í heilt serstøkum føri, og bert um bygt verður eftir einari byggiætlan, sum byggimyndugleikin hevur góðkent og tryggjað, ella serstakari byggisamtykt fyri eitt nátúrliga avmarkað økið.

    b) Á grundstykkjum, sum eru størri enn 300 m2, men minni enn 500 m2, verður nýtslustigið fastlagt í mun til víddina á grundstykkinum soleiðis, at nýtslustigið er 0,7 fyri grundstykki til víddar 300 m2 minkandi lutfallsliga til 0,5 fyri grundstykki upp á vidd 500 m2.

    § 4. Økið C: Alment endamál. 1. Økið C verður lagt til alment endamál, so sum undirvísingarlig,

    heilsulig, sosial, ítróttatlig, mentanarlig og trúarlig endamál og bústaðir í samband við hetta.

    2. Fyri byggingina eru fylgjandi ásetingar galdandi:

    a) Nýtslustigið má ikki verða størri enn 0,3 . b) Bygging má bert verða gjørd eftir einari byggiætlan, sum

    byggimyndugleikin hevur góðkent og tryggjað, ella einari serstakari byggisamtykt fyri eitt nátúrliga avmarkað økið.

    § 5. økið D: Havn/ídnaður 1. D1:

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 21

    a) Økið verður lagt av til havnaútbygging, har ætlanin seinni er at víðka

    um virksemi, sum hevur beinleiðis samband við sjóvinnu, t.d. fiskaframleiðslu, farmaflutning og goymslur.

    b) Neystabygging verður ikki loyvd á hesum økinum. c) Loyvt verður ikki, at verandi neyst verða útbygd. d) Um eitt neyst verður tikið niður, verður ikki givið loyvið til at byggja

    uppaftur. e) Byggistigið má ikki vera størri enn 0,3 f) Nýtslustigið má ikki vera størri enn 0,6

    2. D2:

    a) Økið verður nýtt til neyst og havnalag í samband við hetta. b) Neystini skulu standa ”lið við lið” við skjøldri móti sjónum. c) Skjøldrar skulu vera millum 3 og 5 m breiðir. d) Neyðugar gøtur kunnu tó vera ímillum. e) Neystini skulu hava mønu og takhall millum 35 og 50 stig, tó

    vegleiðandi ”triðingsreyst” (u.l. 42 stig). Hædd frá lidnum lendi við niðara enda til møn skal í mesta lagi vera 5 metur

    3. D3:

    a) Økið verður nýtt til havnarlag og til virki, ið beinleiðis hava

    samband við sjóvinnu, so sum maskinverkstað og bygningar til báta - og skipabygging.

    b) Byggistigið má ikki vera størri enn 0,3 c) Nýtslustigið má ikki vera størri enn 0,6

    4. D4:

    a) Økið verður nýtt til havnalag og til virki, ið beinleiðis hava samband við sjóvinnu, so sum fiskatilvirking, farmaflutning, bingjur og goymslur til áður nevndu endamál.

    b) Byggistigið má ikki vera størri enn 0,3 c) Nýtslustigið má ikki vera størri enn 0,6

    5. D5:

    Økið D5 verður lagt til samferðsluhavn og vinnuvirksemi, herundir framleiðsluvirksemi, verkstaðsvirksemi, goymslu og endamál, sum hava nátúrligt tilknýti til økið. Økið kann annars nýtast til handil- og skrivstovuvirksemi, sum hevur tilknýti til omanfyrinevndu vinnu, ella sum eftir metan byggimyndugleikanna nátúrliga eigur pláss í økinum. a) Grundstykkini skulu minst verða 1000 m2 til víddar. b) Byggistigið má ikki vera størri enn 0,5.

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 22

    c) Nýtslustigið má ikki vera størri enn 0,6. d) Bygningar mugu ikki verða hægri enn 8 metur yvir miðaljørðildi

    (miðal mált við húsahorn). Fyri bygningar á havnaøkinum á Drelnesi og á Tvøroyri er mestahæddin tó 10 m.

    e) Bygningar kunnu ikki verða settir nærri bryggjukanti enn 10 m ella nærri aðrari bygging enn 5 m.

    f) Byggimyndugleikin kann loyva, at vikið verður frá ásetingunum í stk. a-d, um byggingin verður gjørd eftir einari byggiætlan, sum byggimyndugleikin hevur góðkent og tryggjað, ella einari serstakari byggisamtykt fyri eitt nátúrligt avmarkað økið.

    6. D6:

    Økið verður nýtt til grótbrot, blandistøð, ruskbingjupláss og tílíkt. 7. D7:

    Økið verður lagt út til ídnað. Herundir virkir, sum hava eina sermerkta framleiðslu, sum av ymsum orsøkum ikki eru egna at liggja í bygdum øki. Herundir t.d. turkivirkir av fiskafráskeri v.m.

    a) Grundstykkini skulu minst verða 1000 m2 til víddar. b) Byggistigið má ikki vera størri enn 0,5. c) Nýtslustigið má ikki vera størri enn 0,6. d) Bygningar mugu ikki verða hægri enn 8 metur yvir miðaljørðildi

    (miðal mált við húsahorn). e) Byggimyndugleikin kann loyva, at vikið verður frá ásetingunum

    í stk. a-d, um byggingin verður gjørd eftir einari byggiætlan, sum byggimyndugleikin hevur góðkent og tryggjað, ella einari serstakari byggisamtykt fyri eitt nátúrligt avmarkað økið.

    § 6. økið E: Fríøki.

    1. E1:

    1. Økið E1 verður lagt til fríøkið, her øki til varðveitan av náttúruni, fornminnum og líknandi. Økið kann harafturat verða brúkt til landbúnað.

    2. Fyri økið eru galdandi fylgjandi ásetingar:

    a) Útstykking má ikki verða gjørd. b) Bygging av summarhúsum o.l. er ikki loyvd. c) Ger av vegum og gøtum og broytingar av vøkstri, kann bert

    verða gjørd eftir einari byggiætlan, sum byggimyndugleikin hevur góðkent fyri eitt nátúrligt avmarkað øki

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 23

    2. E2:

    1. Øki verður lagt til almenningi, herundir t.d. viðalund v.m. 2. Loyvt verður at byggja smærri bygningar við beinleiðis tilknýti

    til almenna nýtslu av økinum.

    § 7. økið F: Onnur øki. 1. Økið F verður lagt til landbúnað o.a., og er restøkið innangarðs, tá

    økini A – E eru útløgd. 2. Fyri økið galda fylgjandi ásetingar:

    a) Innan fyri økið mugu bert verða bygd hús, sum eru neyðug fyri

    framhaldandi vinnu á einari ogn innan landbúnaðin v.m. b) Innan fyri økið kunnu harafturat verða gjørdar tekninskar

    innleggingar og byggingar, sum eru neyðugar fyri elektricitets- og vatnveitingar, fyri burturveitning av spillvatni og fyri telefon- og telegrafsamband og til rakstur og viðlíkahald av vegum. Slík virki skulu verða løgd soleiðis í landslagi og gjørd á ein sovorðnan hátt, at tey hóska best møguligt í landslagið.

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 24

    Partur 4: Vegir

    § 1. Greiningar av vegi

    1. Sum vegur er at skilja eitt øki, sum er lagt av ella gjørt til veg,

    íroknað gøta ( ið er at skilja sum vegur fyri fótferðslu), tún og pláss. 2. Øki verður roknað fyri at vera lagt av til veg, tá ið:

    a) Almenningurin ella fleiri enn ein luteigari hava rætt til ferðslu á

    økinum. b) Øki við býarskipan, tinglýsing, hevd ella matrikli er tryggjað

    soleiðis, at tað fer at kunna nýtast til veg.

    3. Øki verður roknað at vera vegur, tá ið:

    a) Økið verður nýtt til ferðslu av almenningi ella av luteigarum, sum hava rætt til tess.

    b) Økið er greitt til ferðslu við merking ella á annan sjónligan hátt til endamálið.

    4. Miðlinja á vegi verður tilskilað av byggivaldinum. Miðlinja á

    landsvegi verður tilskila av Landsverkfrøðinginum.

    5. Byggilinjur eru linjur fram við vegnum, gøtum, áum, kraftlinjum o.t., sum einki punkt á bygging má fara um.

    § 2. Um at leggja av og gera vegir.

    1. Vegabreiddir:

    a) Vegir, ið hava ella fara at fáa týdning fyri gjøgnumferðslu, somuleiðis vegir, ið binda tveir býlingar saman, verða avlagdir í minst 12,5 m breidd, av hesum akbreytir 7,5.

    b) Vegir í einum býlingi ella bygd verða avlagdir í minst 10 m breidd, av hesum til akbreytir 6,0. Byggivaldið kann tó loyva, at til vegir, ið eftir meting tess ikki fara at hava ferðslutýdning, verður avlagda breiddin sett niður í 8,0 m, av hesum til akbreyt 5,0 m.

    c) Um vegur bert gevur atgongd til í mesta lagi 5 grundir, kann byggivaldið tó loyva, at avlagda breiddin verður sett niður í 5,0 m.

    d) Gøtur skulu verða avlagdar í minst 1,5 m breidd.

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 25

    2. Í vegir, sum nevndir eru í 1. stk. a) kann avvarðandi vegamyndugleiki krevja, at ikki má verða bundið, soleiðis at beinleiðis atgongd verður frá grannaognunum fyri akstur og gongd.

    3. Áðrenn lagt verður av til nýggjan veg ella vegur, sum er, verður

    breiðkaður til tær í 1. stk. nevndu breiddir, skal planur í máti 1:1000 verða lagdur fyri býráðið, og planurin skal verða góðkendur av avvarðandi vegamyndugleika viðvíkjandi legu, leið og sambandi við áður góð kendan veg.

    4. Vegur skal verða gjørdur samsvarandi projekti, sum avvarðandi

    vegamyndugleiki hevur góðkent.

    5. Býráðið ásetur, í hvønn mun og nær teir vegir, sum eitt grundstykki liggur út móti, skulu verða gjørdir.

    § 3. Privatir vegir. 1. Privatir vegir skulu leggjast út eftir ætlan góðkenda av

    byggimynduleikanum og teimum avvarðandi vegamynduleikunum, har lýst eru profilini, íbinding í verandii vegir, frárensl og hvussu vegaarbeiðið verður gjørt tøkniliga og um, hvørjir matriklar verða ávirkaðir av ætlanini.

    § 4. Byggilinjur.

    1. Byggivaldið kann krevja, at bygging við verandi veg – við seinni breiðking í huga – skal hava ein fráleika upp til 12,5 frá miðlinju á vegnum.

    2. Ásetingarnar í stk. 1 galda, uttan mun til, nær bygt er ella nær

    útstykkjað er. 3. Tá ið tað snýr seg um landsvegir, ger landsvegamyndugleiki í

    samráð við býráðið av, hvussu stórur fráleikin frá vegmiðju skal vera.

    4. Tá ið byggivaldið smb. stk. 1. og 2. stk. hevur kravt, at byggingin

    verður flutt aftur frá verandi veglinju, kann verða kravt, at økið millum hesa veglinju og framtíðan veglinju verður latið til breiðkan av vegnum.

    § 5. Ymisk loyvi til serliga nýtslu av vegnum.

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 26

    1. Í tey øki, sum hoyra til einstaklinga og almennar vegir, kunnu, sjálvt um tey bara eru løgd av og ikki gjørd til veg, verða løgd leiðingar og kaðalar og sett tílík virki, sum eftir ætlan byggivaldsins eru neyðug ella hent. Teir, sum eiga slík øki, hava skyldu til at geva atgongd til tey í tann mun, neyðugt er til eftirlit og ábøtur á hesum virkjum. Tó skal, áðrenn farið verður undir arbeiðið, altíð verða gjørdur sáttmáli frammanundan viðvíkjandi møguligum endurgjaldi fyri skaðar, ið standast av hesum. Øll loyvir til at grava í veg og alt sum verður lagt í veg ella øki, ið er avlagt til veg, skulu góðkennast av byggimynduleikanum, áðrenn bygrjað verður at grava.

    2. Verður hildið neyðugt at flyta leiðingar, kaðalar, standarar o.a., við

    tað at bygging fer fram, skal hann, sum byggir, endurgjalda kommununi ella øðrum avvarðandi stovni útreiðslurnar av hesum eftir rokning. Sama er við øllum eykavegarbeiðum, ið standast av byggingini, sum verða gjørd eftir kravi frá byggivaldinum.

    § 6. Hornaavskurðir og útsýnisøki. 1. Tá ið grund hevur marknaskil mói vegi, og hesi skerast við einum

    horni, sum hevur minni enn 135 stig, skal hetta hornið verða skorið av við einari linju, sum ger javnstór horn við báðar veglinjurnar, og sum skal vera minst 3 m long í eldri býlingum og 5 m í nýggjari býlingum. Økið uttan fyri hornaavskurðin skal leggjast til veg og gerast sum vegøki.

    2. Við íbinding av vegi skulu í nýggjum býlingum verða ásett

    útsýnisøki, har eingin lutur av bygging, girðing ella vøkstur verður hægri enn 1 m yvir hæddarstrikuni mitt í vegnum framman fyri útsýniøkið.

    § 7. Avtøka av vegum.

    1. Byggivaldið kann, tá ið serstøk byggisamtykt er gjørd, gera av, at

    verandi vegir og útkoyringar verða niðurløgd ella umskipað, tá ið onnur vegatgongd verður tryggjað avvarðandi ognunum.

    2. Ikki er loyvt at stongja veg við bummum ella á annan hátt byrgja fyri

    almennari ferðslu uttan samtykki frá byggivaldinum ella løgregluni. Hetta samtykkið kann verða tikið aftur.

    § 8. Girðing út móti vegi.

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 27

    1. Byggivaldinum er heimilað at gera av, um grundstykki skal verða girt út móti vegi, sum liggur framvið, ella um marki millum grund og veg skal verða greitt á annan hátt. Av hvørjum slag og hvussu høg girðing skal verða, ger byggivaldið av, og farið verður eftir, hvat grundir er nýtt til.

    2. Tá talan er um ídnaðarbygningar, goymslupláss ella líkandi, kann

    byggimynduleikin krevja, at tað eisini verður uppsett ein hóskandi høg girðing móti grannagrundini.

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 28

    Partur 5: Frárenning, vatnveiting og aðrar veitingar.

    §1. Frárenning.

    1. Hvør nýggj bygging skal hava fullgóða frárenning bæði til skitið vatn og til regn- og omanávatn

    2. Byggivaldinum er heimilað, nær tað so er, at krevja framd tey

    neyðugu tiltøk, ið nevnd eru í byggiloyvinum. Ger hetta tað neyðugt, at frárenning verður løgd um annans mans grund, skal húseigarin vissa sær, at tær neyðugu avtalur um hetta verða tinglisnar á avvarðandi ognir.

    3. Tá ið undirstøði verða gjørd tætt hjá ella yvir leiðingum, sum liggja

    frammanundan, skulu hesar verða vardar, og atgongd til reinsingar, møguliga til at leggja tær berar, skal verða tryggja á slíkan hátt, sum byggivaldið góðkennir.

    4. Tá ið kanningar, her uppií at leggja leiðingar berar og tílíkt, ætlast

    neyðugar til tess at finna orsøkina til brek á frárenningini í eini ogn, kann byggivaldið lata gera tey arbeiði, sum neyðug eru, bæði á avvarðandi og á grannaognunum. Verða tá funnin løstir ella brek, ið heilt ella lutvíst ætlast at vera atvoldin til ólagið, skal tann, sum er atvoldin til ólagið, endurgjalda byggivaldinum eftir rokning tær útreiðslur, sum standast av teimum gjørdu kanningum og arbeiðum.

    5. Gerð og nýtsla av frárenningum frá ognum við tí

    frárenningarútbúnaði, sum hartil hoyrir, skulu lúka tær fyriskipanir og treytir, sum byggivaldið setur eftir samráðing við heilsunevndina.

    6. Ein kloakk má ikki verða nýtt á annan hátt, enn ætlað var við henni,

    tá ið hon varð gjørd, sum til dømis at veita í hana skaðilig evnir ella løgir.

    7. Reglurnar í 4., 5. og 6. stk. hava eisini gildi fyri frárennignar, sum

    eru frammanundan.

    § 2. Broytingar í verandi frárenningum

    1. Kravt kann verða, at frárenningar og frárenningarútbúnaður, sum eru frammanundan, innan fyri tíðarfreist, sum byggivaldið avger og tilskilar, verða fingin at samsvara við fyriskipanirnar í 1. gr í hesum parti.

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 29

    2. Hesar ásetingar omanfyri skerja ikki rættin hjá heilsunevndini til sambært heilsusamtyktini at krevja verandi frárenning broytta av heilsugrundum.

    § 3. Vatnveiting

    1. Byggivaldið skal ansa eftir, áðrenn farið verður undir nýggja

    bygging, at hon hevur trygga og nóg góða veiting av drekkivatni. 2. Annars skal altíð vera nóg góð atgongd til vatn til eldsløkkingar.

    § 4. Fráboðanarskylda. 1. Eigari av vatnveitingum, frárenslum, ravmagnsveitingum,

    telefonveitingum, sjónvarpsveitingum og veitingum annars skulu fráboða kommununi nágreiniliga hvar hesar eru.

    2. Tann, ið ætlar sær at grava fyri einari veiting í ogn hjá kommununi

    skal, áðrenn hann fer undir arbeiðið, hava loyvi frá byggimyndugleikunum. Umsók um graviloyvi skal hava upplýsingar um hvar, ið ætlanin er at grava og um orsøkina til grevsturin, og hvat ið verður lagt niður.

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 30

    Partur 6: Aðrar reglur.

    § 1. Serstakar byggisamtyktir. 1. Byggimyndugleikin kann, sum ískoyti til hesa byggisamtykt, gera

    serstakar byggisamtyktir galdandi fyri nærri avmarkað, minni øki í kommununi.

    2. Í einari serstakari byggisamtykt skal greidliga verða greitt frá nýtslu

    av víddum, vegum og gøtum, parkeringum, tøkniligum veitingum og virkjum, útstykkingum og vavi av bygging og hvar bygt verður, heruppií nýtslustig og húsahæddir. Í einari serstakari byggisamtykt kann endalig ætlan fyri eitt øki verða fastløgd.

    § 2. Kunngerð av byggisamtyktum. 1. Henda byggisamtyktin, møguligar serstakar byggisamtyktir og

    broytingar í ella ískoyti til byggisamtyktina skal, aftaná at byggimyndugleikin hevur góðkent slíkar byggiviðtøkur, verða lagt fram til almenna kunning á einum væl atkomuligum staði fyri borgarnar í minst 3 vikur.

    2. Framløgan skal almannakunngerast á tann fyri kommununa vanliga

    nýtta háttin, og kunngerðin skal viðmerkja øki galdandi fyri viðkomandi byggisamtykt.

    3. Innan 3 mánaðar frá kunngerðardegi, skulu mótmæli og

    broytingaruppskot til viðkomandi byggisamtykt verða løgd fyri byggimyndugleikarnar.

    4. Innkomin mótmæli og broytingaruppskot, sum byggimyndugleikin

    ikki fylgir, skulu verða viðløgd viðkomandi byggisamtykt, tá henda verður send inn til landstýrið til góðkenningar.

    5. Um ein byggisamtykt ella serstøkk byggisamtykt hevur ásetingar fyri

    nakrar fáar ognir, skal viðkomnadi byggisamtykt tinglýsast fyri hesar ognir.

    § 3. Broytingar í byggisamtyktini.

  • Tvøroyrar kommuna__________ ________________________________Almenn byggisamtykt.

    Síða 31

    1. Ein góðkend byggisamtykt ella serstøk byggisamtykt kann broytast ella víðkast eftir reglunum í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir um hvussu nýggjar byggisamtyktir verða gjørdar.

    § 4. Byggisamtyktin kemur í gildi. 1. Henda byggisamtyktin kemur í gildi 1 viku aftaná, at landstýrið

    hevur góðkent hana.