28
2. útgáva 2010 av skipanum tekur støði í tørvinum hjá kundanum Menning

Elektronin 2

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Elektronin

Citation preview

Page 1: Elektronin 2

2. útgáva 2010

av skipanum

tekur støði í tørvinum hjá kundanum

Menning

Page 2: Elektronin 2

Opnar dyr til framtíðina. Elektron hevur seinastu árini fyrireikað seg til framtíðina. Eina avbjóðandi og spenn- andi framtíð.

Partar av kjarnuveitingunum til føroysku peningastovnarnar eru nú fluttar til SDC í Danmark, og er Elektron ikki longur bara KT-deild hjá peningastovnum og tí almenna, men ein nýmótans fyritøka, ið kappast á jøvnum føti við føroyskar og útlendskar KT-fyritøkur.

Hetta gevur føroyska vinnulívinum nýggjar møguleikar, sum nú í størri mun enn áður, kann njóta ágóðan av teimum høgu førleikum og drúgvu royndum, sum Elektron hevur.

Elektron hevur eisini latið dyrnar upp mótvegis útheiminum, og fer í framtíðini at menna serloysnir til danskar peninga-stovnar og aðrar fyritøkur, og hevur fyritøkan góðar fortreytir fyri at gerast ein týdningarmikil útflytari av KT-serloysnum. Hetta fer so avgjørt at styrkja enn meira um førleikarnar og harvið eisini føroyskt vinnulív.

At lata dyrnar upp hevur við sær avbjóðingar fyri Elektron á einum marknaði, har kappingin er hørð og krøvini til førleikar stór. Men samstundis er orkan til at veita dygdargóðar loysnir til føroyskar og útlendskar kundar vorðin munandi størri. Elektron anno 2010 er ein sera roynd og kappingarfør fyritøka við fokus á vøkstur heima og úti.

Elektron bjóðar tí verandi og komandi kundum vælkomnum innar – dyrnar standa opnar!

2

Broytingar gagna føroyska vinnulívinum

S. 3

Til reiðar á danska marknaðinum

S. 6

Menning av skipanum tekur støði í kundunum

S. 9

Landsfólkayvirlitið valdi elektron

S. 12

Pappírsrokningar í støðugari minking

S. 24

Rokningar verða goldnar fyrr enn áður S. 20

Fokus á útbúgving í leiðslu av verk-ætlanum

S. 16

Rokningadepilin er góður fyri gjaldsførið

S. 19

Elektronin 2/2010 Útgevari: Elektron, Staravegur 9, FO - 100 Tórshavn Tekstur: Edmund Jacobsen, Pressecentrum, Esbjerg Ábyrgd: Dánjal Samuelsen, Elektron Myndir: Per á Hædd og Finnur Justinussen, Fotostudio Uppseting og prent: Estra/VastiÚtgivið: Mai 2010Forsíðumynd: Oda Petersen, Tórshavnar Kommunuskúli og Annilisa K. Eikholm, Elektron, testa undirvísingarportalin Vitanet

P/F Elektron veitir KT-tænastur innan:Skipanarveiting – Menning og rakstur av KT skipanum

Hýsing – Hýsing av servarum, skipanum og dáta hjá virkjum og stovnum

Samanrunnið Samskifti – Framkomin telefoni og samskiftistænasta

Net – Veiting og umsiting av nettænastum hjá virkjum og stovnum

Rokningadepilin – Send og móttak talgildar rokningar beinleiðis millum bókhaldsskipanir

Print og Pakking – Dygdarprint og pakking av brøvum, prenttilfari o. ø. til kappingarførar prísir

Ráðgeving – Ráðgeving innan KT strategi og útvegan av KT skipanum

Trygd – Ráðgeving, eftirlit og grannskoðan innan KT – trygd

Lønarskipan – Framkomin, serføroysk lønarskipan

Á Elektron arbeiða 93 fólk og umsetningurin var 104 mió. krónur í 2009.

O

Um elektron:

Page 3: Elektronin 2

Føroya størsta KT-fyritøka – Elektron – stendur mitt í størstu broytingartíð í virkissøguni. Virkisøki flyta, so at onnur kunnu fáa munandi betri sømdir framyvir. Málið er at gera KT lætt fyri brúkaran og í síðsta enda at betra lønsemið hjá kundanum.

KT-deildin hjá føroyskum peningastovnunum og almennum fyritøkum.

Soleiðis hava mong ímyndað sær leiklutin hjá Føroya størstu KT-fyritøku, Elektron. Og rætt skal vera rætt. Á mangan hátt var hetta veruleikin, tí Elektron hevur spælt ein avgerandi leiklut, tá ið tað snýr seg um menning, rakstur og viðlíkahald av skipanum hjá eitt nú peningastovnunum.

Men seinastu árini hevur Elektron spakuliga broytt fokus og hevur vent sær alt meira mótvegis at veita dygdargott KT til føroyska vinnulívið sum heild. Og árið 2010 umboðar størstu broytingarnar nakrantíð hjá Elektron: Í mai yvirtók danska fyri-tøkan Skandinavisk Data Center A/S (SDC) ein

stóran part av rakstrinum av kjarnuskipanunum hjá føroysku peningastovnunum. Umleið ein trið-ingur av upprunaligu veitingunum til føroysku pen-ingastovnarnar er eftir hjá Elektron.

Risastór broyting Kring oyggjarnar hava fleiri undrast á hesa avgerð. »Hvat er meiningin við at sleppa sær av við sínar kjarnuveitingar?« hevur spurningurin ljóðað úr øllum ættum.

Niels Chr. Nolsøe, stjóri á Elektron, skilur væl, at bæði vanligi føroyingurin, politikarar og vinnu-lívið hava ilt við at síggja klókskapin í hesi ovur-stóru avgerð.

3

Broytingar gagna føroyska vinnulívinum

Framhald frá næstu síðu.

Nýggjartíðir:

Niels Chr. Nolsøe, stjóri á Elektron, er sannførdur um, at fyritøkan frameftir fer at hava munandi meira orku til betur at kunna veita serskipanir og kt-rakstur til føroyska vinnulívið.

Flestu fyritøkur hava vøkstur raðfest frammarlaga, herímillumElektron. Fyri okkum snýr tað seg heilt einfalt um at sleppa einum parti av einum marknaði fyri at kunna fokusera á nýggjar møguleikar.

Niels Chr. Nolsøe

Page 4: Elektronin 2

4

Visti tú…

At Elektron við sínum 93 dugna-ligu starvsfólkum er Føroya størsta KT-fyritøka? At Elektron hevði 104 mió. kr. í umsetningi í 2009? At Elektron er í holt við at økja fokus á loysnir til føroyska marknaðin? At Elektron framhaldandi mennir og rekur serskipanir fyri føroysku peningastovnarnar – bara í minni mun enn áður? At Elektron er í holt við at økja um virksemið uttanlands?

Ein opin og kundavend fyritøka. Soleiðis verður upplivingin hjá føroyska

vinnulívinum av Elektron í framtíðini, sambært

Richard Mortensen, varastjóra.

– Allar fyritøkur hava vøkstur raðfest frammarlaga, eisini Elektron. Tað snýr seg heilt einfalt um at sleppa pørtum av einum marknaði fyri at kunna fokusera á nýggjar møguleikar, sigur Niels Chr. Nol-søe. Richard Mortensen, ið er varastjóri á Elek-tron, leggur afturat:

– Elektron er størsta KT-fyritøka í Føroyum. Og uttan tær umfatandi broytingar, sum vit hava sett í verk, ber ikki til hjá okkum at hava vøkstur. Tí er tað avgerandi fyri okkum at lata fleiri dyr upp – bæði á heimamarknaðinum og eisini uttan fyri landoddarnar, sigur Richard Mortensen.

Í samfull trý ár hevur Elektron tilbúgvið seg úr enda í annan til hesa broyting. Og nú broyting-in er hend, sær veruleikin munandi øðrvísi út h j á Elektron.

– Vit ynskja at vaksa – ikki at minka. Vit hava flutt fokus frá einari tryggari, men stagnerandi støðu, har ið stórur partur av okkara ressursum og førleikum var bundin at KT-rakstri fyri peninga-stovnarnar. Orkan til at fokusera miðvíst á vøkstur hevur verið sera avmarkað, sigur Niels Chr. Nolsøe.

Økt fokus á tænastustøðið og førleikar Umleggingin hjá Elektron fer at merkjast á fleiri økj-um. Innanhýsis er bygnaðurin gjørdur munandi flatari; toppstýringin er burturbeind, og í staðin

verður arbeitt í verkætlanarbólkum, har ið starvs-fólk ferðast ímillum tær nógvu og krevjandi verk-ætlanirnar – alt eftir hvar ið tørvurin er størstur. – Fyri kundar okkara verður úrslitið av broytingun-um jaligt á ymiskan hátt. Elektron strembar eftir at verða ein meiri opin og kundavend fyritøka – og vit arbeiða miðvíst við at styrkja tænastustøðið. Tað almenna og peningastovnarnir eru krevjandi kund-ar – tær drúgvu royndirnar, vit hava fingið í sam-bandi við hetta arbeiði, koma í stóran mun øllum okkara kundum til góðar, sigur Richard Mortensen. – Vit hava eitt gott útgangsstøði til tær broytingar,

Page 5: Elektronin 2

som longu eru hendar og fara at henda í fyritøk-uni. Vit hava 96 dugnalig starvsfólk, sum teljast millum tey bestu innan KT í Føroyum. Og vit hava góðar 100 milliónir krónur í umsetningi.

Lagt verður nú upp til vøkstur bæði á føroyska og á danska marknaðinum, leggur hann afturat.

Fokus á kundan Skal vøksturin gerast veruleiki, so krevur tað, at Elektron alsamt dagførir vitanina hjá starvsfólkun-um og dregur at sær tey dugnaligastu starvsfólkini – bæði í Føroyum og uttanlanda. Úrslitið av hesum fer uttan iva at koma føroysku kundunum til góðar.

– Okkara leiklutur á marknaðinum er at styrkja kappingarførið hjá kundum okkara, har serligur dentur er lagdur á at nøkta endabrúkarans tørv. Hetta gera vit við at gera KT lætt fyri brúkaran,

soleiðis at gerandisdagur hansara gerst lættari og effektivari. Málið er at økja um nøgdsemið hjá kundum hansara og harvið betra lønsemið hjá virki hansara, sigur Richard Mortensen.

Bjørt framtíðarútlit Við broyttum fokusi, umskapaðum bygnaði og orku til at kappast, verður tað tískil eitt øðrvísi Elektron, sum føroyskir vinnukundar fara at uppliva í fram-tíðini.

– Elektron verður ein sera kappingarfør fyri-tøka. Vit eru tann føroyska fyritøkan, ið er best fyri at menna og veita loysnir, ið optimera virksemið hjá føroyskum vinnukundum.

Okkara broytta fokus ger, at føroyskir vinnu-kundar kunnu njóta enn fleiri fyrimunir av roynd-um og førleikum okkara, sigur Niels Chr. Nolsøe.

5

„ Vit ynskja at styrkja kappingar- førið hjá kundum okkara, har serligur dentur er lagdur á at nøkta endabrúkarans tørv.

Richard Mortensen

Page 6: Elektronin 2

Elektron hevur eina bjarta framtíð sum veitari av framkomnum loysnum til fíggjar-heimin. Og tann sannroynd, at partar av virkseminum fyri føroysku peningastovnar-nar frameftir fer at liggja hjá SDC, er við til at opna nýggjar og spennandi møguleikar á hesum krevjandi marknaði.

– Tað kann ljóða eitt sindur løgið, at vit framhaldandi satsa miðvíst upp á fíggjar-stovnar, tá ið stórir partar av virkseminum í Føroyum flyta til Danmarkar, viðgongur Richard Mortensen, varastjóri á Elektron.

6

Nýggjar tíðir:

Til reiðar á danska marknaðinum

Danski fíggjarheimurin er ein spennandi avbjóðing fyri Elektron, sum seinni í summar letur upp deild í Keypmannahavn.Nýggjar

tíðir:

Page 7: Elektronin 2

7

Nýggjar tíðir:

Framhald frá næstu síðu.

Eg veit, hvat okkara dugnaligu starvsfólk hava av førleikum og royndum, og ivist onga løtu í, at Elektron kann bjóða danska fíggjarheim-inum dygdargóðar loysnir.

Niels Chr. Nolsøe

– Men satt at siga eru vit betur fyri enn nakrantíð, tá ið tað snýr seg um menning av loysnum til fíggj-arheimin. Tann avtalan, ið vit hava gjørt við SDC, hevur við sær, at tað verður gjørligt hjá Elektron at bjóða fram førleikar innan fíggjarloysnir beinleiðis til meiri enn 140 danskar peningastovnar. Elektron fær beinleiðis atgongd til skipanirnar hjá SDC, og starvsfólk á Elektron fara at arbeiða við SDC-skip-anum beinleiðis. Hetta lýsir sera væl, hvussu væl fyri vit eru við førleikum, og hvussu gott okkara útgangsstøði er, sigur Richard Mortensen.

Tveir kundabólkar Í stuttum kann sigast – greiðir Richard Mortensen frá – at Elektron fer at satsa upp á tveir kunda-bólkar í Danmark. Annar verður SDC, har starvs-fólk frá Elektron fara at arbeiða beinleiðis við SDC-skipanum, sum nøkta ein ávísan felags tørv hjá peningastovnunum.

– Hin kundabólkurin verða teir 140 peningastovn-arnir, sum eru limir í SDC. Umframt felags skipan-ina hjá SDC ætla nógvir av peningastovnunum at styrkja sína egnu kappingarstøðu á marknaðinum við at menna serligar skipanir oman á SDC-skipa-nirnar. Elektron leggur seg í hesum sambandi eftir at fáa samstarv við úrvaldar peningastovnar og at menna nýggjar skipanir saman við teimum, sigur Richard Mortensen.

Royndir geva styrki Tann sannroynd, at Elektron hevur ment og veitt loysnir og rakstur til føroysku peningastovnarnar seinastu 45 árini og alla tíðina hevur lagt seg eftir at fylgja við menningini, hevur við sær, at fyritøkan er væl fyrireikað, tá ið tað snýr seg um fíggjarligar serloysnir. Tískil fer Elektron í fyrstu atløgu at bjóða seg fram sum veitara mótvegis donskum peninga-stovnum, ið eru knýttir at kjarnuskipanini hjá SDC.

Page 8: Elektronin 2

Elektron er longu í holt við smávegis virksemi fyri peningastovnar í Danmark, og seinni í summar verður donsk deild sett á stovn. Síðan verður ferð sett á virk-semið í Danmark:

– Heilt einfalt kann sigast, at SDC veitir eina kjarnu-skipan, sum Elektron kann optimera við at menna serskipanir beinleiðis til donsku peningastovnarnar. Hyggja vit enn longri fram í tíðina, so eru eisini Nor-eg og Svøríki marknaðir, har ið førleikar og royndir okkara kunnu hava ein leiklut, sigur Niels Chr. Nol-søe, stjóri á Elektron. – Fyri okkum er tað ein sera spennandi avbjóðing at fara inn á danska marknaðin. Eg veit, hvat okkara dugnaligu starvsfólk hava av før-leikum og royndum, og ivist onga løtu í, at Elektron kann bjóða danska fíggjarheiminum dygdargóðar loysnir, sigur Niels Chr. Nolsøe.

8

„ Elektron fer at satsa upp á tveir kundabólkar í Danmark – annar verður SDC og hin teir 140 peningastovn-arnir, sum eru limir í SDC.

Richard Mortensen

Page 9: Elektronin 2

9

Tak ein forritara, set hann í einrúm í nakrar vikur, og hann skal nokk fáa latið eitt forrit úr hondum.

Omanfyristandandi er gjørligt – men neyvan ein myndil, sum gevur gott úrslit. Og als ikki hjá Elektron, har ið allar søgu-ligar royndir peika á, at menning av dygdargóðum skipanum krevur neyva vitan á fleiri økjum. Ikki einans um tøkni, men eisini um arbeiðsøki kundans, lógir og reglugerðir – og ikki minst trygd.

– Breið vitan og royndir eru avgerandi. Tað er ikki nóg mikið at hava tøkniligar førleikar. Vitan um, hvussu virksemi

Tað er tørvurin hjá kundanum – og einki annað – ið er í huganum, tá ið Elektron veitir skipanir.

Framhald á næstu síðu.

Hvat er skipanarveiting?

Menning av KT-skipanum í tøttum samstarvi við teg sum kunda. Útvegan og tillagan av skipanum til tín tørv. Rakstur av skipanum, har støðu-festi og trygd eru í fokusi. Støði verður tikið í tørvinum hjá komandi brúkarunum av skipanini. Tikið verður hædd fyri verandi skipanarumhvørvi, herímillum integratión við verandi skipanir.

Menning av skipanum tekur støði í kundunum

Page 10: Elektronin 2

kundans er uppbygt, hevur stóran týdning, sigur Sámal Samuelsen, kundaábyrgdari á Elektron.

– Um talan til dømis er um eina skipan til Taks, er neyðugt at kenna lógir og reglugerðir á øki-num. Hetta er eisini í stóran mun galdandi, tá ið tað snýr seg um skipanir til fíggjarheimin.

At Elektron hevur ment skipanir til peninga-stovnar í út við 45 ár, hevur givið okkum sera neyva vitan um, hvussu skipanir til fyritøkur, har ið lógir og reglugerðir eru í miðdeplinum, skulu

snikkast saman. Okkara søguligi arvur er – sam-an við nútímans førleikum – ein styrki, sigur Sá-mal Samuelsen.

Betri standardskipanirÁ marknaðinum í dag eru nógv tilboð til fyri-tøkur, ið vilja loysa ein tørv við hjálp av KT.

Elektron hevur eisini slík tilboð, men har er ein avgerandi munur samanborið við útboðið sum heild: Elektron kann nevniliga syrgja fyri

10

At Elektron hevur ment skipanir til peningastovnar í útvið 45 ár, hevur givið okkum sera neyva vitan um, hvussu skipanir til fyritøkur, har ið lógir og reglugerðir eru í miðdeplinum, skulu snikkast saman.

Sámal Samuelsen

Elektron trívist væl við stórum og torskildum verk-ætlanum, ljóðar tað frá Sámali Samuelsen, sum vísir á, at søguligu royndirnar hjá Elektron eru til fyrimuns fyri allar kundar.

Page 11: Elektronin 2

11

bæði menning og rakstri av teimum loysnum, ið gjørdar verða fyri fyritøkur. Undir einum verður hetta nevnt skipanarveiting:

– Flestu fyritøkur koma langt við at brúka standardskipanir. Men ofta eru hesar skipanir ikki nøktandi, um fyritøkur hava ein serstakan tørv. Hjá Elektron hava vit drúgvar royndir við at men-na afturat standardskipanum, so tær verða útbygd-ar til at nøkta tørvin hjá fyritøkum til fulnar, sigur Sámal Samuelsen.

– Afturat hesum kunnu vit bjóða rakstur av skipanunum, so til ber hjá fyritøkum at fokusera á kjarnuveitingar og lata Elektron taka sær av rakstri, broytingum, rættingum og dagføringum av skipanum, sigur Sámal Samuelsen.

Førleikar og royndirEftir í mong ár at hava fokuserað miðvíst á før-

oyska fíggjarheimin hevur Elektron seinastu árini økt um skipanarveiting til privatar fyritøkur.

Her hevur tað eydnast fyritøkuni at gagnnýta innanhýsis vitan um samanseting av stórum og torskildum verkætlanum, sum seta stór krøv til eitt nú trygd, brúkaraflatu og álítandi rakstur.

– Vit fara ikki uppum, har ið garðurin er lægst-ur. Kjarnuveitingin hjá Elektron er í stóran mun innan skipanir, sum ongar aðrar føroyskar KT-fyri-tøkur hava orku ella førleikar til at greiða úr hond-um, sigur Sámal Samuelsen. Hann greiður frá, at tað ofta eru størri fyritøkur, sum vilja betra um verandi skipanir, ið venda sær til Elektron.

– Stórar KT-verkætlanir er nakað, ið okkum dámar væl, tí Elektron hevur eina stødd og styrki, ið ger, at ikki einans menningararbeiðið eydnast – vit hava hartil orkuna til at veita uppfylgjandi viðlíkahald, sigur Sámal Samuelsen.

Visti tú…

At skipanarveiting frá Elektron gevur effektivari og glaðari starvs-fólk, tí brúkarin altíð er í fokusi? At tú sleppur undan at hugsa um skipanarrakstur og datatrygd – vit taka okkam av tí, um tú ynskir tað? At tú sum kundi kann velja at útveita KT-rakstur, backup, svartíðir, servarar, trygd, viðlíkahald v.m? At Elektron kann taka ábyrgdina av rakstri, yvirvaking, viðlíkahaldi og góðskuni av tínum applikatiónum og data? At menning verður framd í tøttum samstarvi millum teg sum kunda og Elektron? At Elektron leggur stóran dent á at taka endabrúkarar við í menn-inginartilgongdina, soleiðis at brúkaramarkamótið verður lagað til tørvin hjá endabrúkaranum?At hjá Elektron ganga trygd og dygd altíð hond í hond?

Page 12: Elektronin 2

12

– Trygd og góð tænasta hava alt at siga fyri okkum. Vit seta høg krøv til tær KT-skipanir, sum vit nýta, og frá teimum royndum, vit hava frá at samstarva við Elektron, vita vit, at fyritøkan er før fyri at veita ta vøru, ið vit vilja hava.

Soleiðis ljóðar tað frá Jákup Paula Joensen, stjóra á Umhvørvisstovuni, sum Landsfólkayvirli-tið er ein partur av.

Tað er á ongan hátt ein smávegis skipan, sum Elektron beint nú er við at menna til Landsfólka-yvirlitið. Talan er um eina heilt nýggja fólkaskrá, ið

Landsfólka-yvirlitið valdi elektron

Framhald á síðu 14.

Nýggja fólkaskráin hjá Landsfólkayvirlit-inum – sum Elektron beint nú er í holt við at menna – fer at gera dagføringina munandi lættari.

Page 13: Elektronin 2

13

Vit valdu Elektron til verkætlanina, tí fyritøkan er før fyri at veita eina dygdarvøru fyri rætta kostnaðin.

Jákup Pauli Joensen, stjóri á Umhvørvisstovuni

Page 14: Elektronin 2

skal avloysa verandi skipan. Við nýggju skránni fær Landsfólkayvirlitið munandi betri arbeiðs-sømdir, og samstundis verða upplýsingar, som goym-ast skulu í skránni, lættari at dagføra og umsita.

Ein grundskipan Yvirskipaða endamálið við verkætlanini er, at fólka-skráin í framtíðini verður nýtt sum ein grundskipan í nógv størri mun enn higartil. Hjá Landsfólkayvir-litinum fer hetta at hava við sær, at fokus fer at

Um Landsfólka-yvirlitið

Landsfólkayvirlitið er skrá undir Umhvørvisstovuni, som hevur føroyska fólkayvirlitið um hendi. Landsfólkayvirlitsskráin er ein miðsavnandi skrá, sum inniheldur persónsupplýsingar, sum kunnu brúkast av almennum og privatum stovnum og virkjum. Tískil verður tryggjað, at persónsupplýsingar í øðrum skipanum eru rættar og eftirfarandi. Skipanin hevur støði í løgtingslóg nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit. Upplýsingarnar í nýggju landsfólkayvirlitsskránni skulu vera lætt atkomiligar uttan tekniskar forðingar. Les meira á www.us.fo

Nýggja fólkaskráin, sum Elektron mennir, er ein stór og týdningar-mikil verkætlan fyri Landsfólkayvirlitið, ljóðar tað eisini frá verkætlanarleiðar-anum hjá Lands-fólkayvirlitinum,Kurt A. Madsen.

Page 15: Elektronin 2

15

broytast frá at vera skrásetandi til í størri mun at tryggja rættleikan í skránni, verða kunnandi og tryggja øðrum – sum hava røttu loyvini – at-gongd til skipanina.

Gott samstarv Arbeiðið við nýggju fólkaskránni – sum eisini verður nevnd Landsfólkayvirlitið rætt og slætt – byrjaði beint fyri jól, eftir at verkætlanin hevði verið útboðin.

– Vit valdu Elektron til verkætlanina, tí fyritøkan er før fyri at veita eina dygdarvøru fyri rætta kostnaðin. Vit hava frammanundan samstarvað nógv við Elektron og hava altíð verið sera væl nøgd við tað arbeiðið, sum fyritøkan hevur latið úr hondum, sigur Jákup Pauli Joensen.

– Hetta er ein sera stór verkætlan fyri Lands-fólkayvirlitið, og vit vóna, at vit so smátt kunnu taka skránna í nýtslu fyrst í komandi ári, sigur Jákup Pauli Joensen at enda.

Page 16: Elektronin 2

16

Tað kann tykjast ørkymlandi, tá ið fakbólka-deildir verða avloystar av einum fløtum og opn-um bygnaði. Men fyrimunirnir – eitt nú økt sam-starv ímillum allar fakbólkar – eru sjálvsagdir.

Hetta er eisini galdandi fyri Elektron. Herd kapping og nútíðarinnar krøv til krevjandi verk-ætlanir gera, at neyðugt er at heinta inn førleikar frá ymiskum innanhýsis fakbólkum, alt eftir hvørji krøv tær ymisku verkætlanirnar seta.

Krøvini til starvsfólk eru tískil økt á sama hátt. Nú er neyðugt at vita munandi meira um, hvussu verkætlanir verða lagdar til rættis og stýrdar.

– Okkara arbeiðsdagur snýr seg í stóran mun um verkætlanir. Vit hava tí sett tiltøk í verk, sum hava gjørt, at starvsfólkini í dag eru sera væl fyri, tá ið tað snýr seg um at skipa fyri og stýra verk-

Framhald á síðu 18.

á útbúgving í leiðslu av verkætlanumAt menna eina skipan er ein krevj-andi verkætlan. Elektron hevur tikið avleiðingarnar, og eru øll, sum leiða eina verkætlan, serti-ficerað í PRINCE 2 útbúgvingini.

Page 17: Elektronin 2

17

„ Ongin ivi skal vera um, at vit síggja okkara høga útbúgvingar-støði sum ein kappingarfyrimun. Vit vilja heilt einfalt verða tey bestu til at stýra verkætlanum.

Súni Danielsen

Page 18: Elektronin 2

ætlanum, sigur Súni Danielsen, ið stendur á odda fyri bólkinum, har ið leiðarar av verkætl-anum eru savnaðir.

Meira útbúgving Tað er ikki einans hjá Elektron, at arbeiðsdag-urin snýr seg um at luttaka í verkætlanum – ofta fleiri í senn. Ofta verður samstarvað við aðrar fyritøkur um verkætlanir, og hetta setur krøv til, at luttakarar – bæði innan- og uttan-hýsis – samskifta á sama støði.

– Vit leggja stóran dent á at útbúgva starvs-fólk til verkætlanir. Hetta verður gjørt eftir stand-ardum, sum eru góðkendir um allan heim. Hetta merkir so aftur, at til ber hjá okkum og teimum, vit samstarva við, at kunna seg um eina verkætlan skjótt. Hetta er óivað størsti fyri-munurin við at halda seg til galdandi stand-ardir, sigur Súni Danielsen.

18

Í dag verða øll, sum skulu leiða eina verkætlan hjá Elek-tron, útbúgvin soleiðis, at tey fáa eitt PRINCE 2 prógv. Antin fáa tey grundútbúgvingina (Foundation) ella víð-kaðu útbúgvingina (Practitioner).

Fyrimunirnir eru sjálvsagdir, ljóðar tað frá Súna Dani-elsen: – Tær fyritøkur, ið vit samstarva við, seta alsamt størri krøv til tann myndil, ið nýttur verður til menning av skipanum. Samstundis samstarvar Elektron alt meira við útlendskar fyritøkur, har ið grundleggjandi vitan um bygnaðin av verkætlanum er avgerandi.

Kappingarfyrimunur Súni Danielsen vísir á, at Elektron við hesum tiltøkum er millum tær fremstu føroysku fyritøkurnar, tá ið tað snýr seg um útbúgving innan verkætlanir.

– Ongin ivi skal vera um, at vit síggja okkara høga útbúgvingarstøði sum ein kappingarfyrimun. Vit vilja heilt einfalt verða tey bestu til at stýra verkætlanum, sigur hann at enda.

Súni Danielsen er maðurin, sum syrgir fyri, at leiðarar av verkætlanum hjá Elektron fáa eina útbúgving, sum lýkur øll neyðug krøv.

Page 19: Elektronin 2

19

Tað kann gerast ein álvarsamur trupulleiki, um tøppur kem-ur í peningastreymin inn í fyritøkuna. Gjaldførið versnar, og í ringasta føri kann tað hava við sær, at fyritøkan fer á húsagang.

Í Danmark eru nógv dømi um, at sjálvt fyritøkur, sum á pappírinum hava góðan umsetning, ikki megna at svara hvørj-um sítt, tí debitorar eru so seinir ávegis við inngjaldingum.

Men tað ber til at betra um peningastreymin: Gloym pap-pírsrokningarnar og nýt heldur talgildar rokningar. Henda loysn er ikki einans góð fyri peningastreymin. Talgilda loysn-in hevur eisini sparingar við sær, tí fyritøkur sleppa undan arbeiðstíð til handfaring af pappíri og útreiðslum til porto. Kanningar í Danmark hava víst á, at talan er um sparingar

fyri meira enn 100 krónur fyri hvørja rokning, um allar út-reiðslur verða taldar við. Í Føroyum er tað Elektron, sum stend-ur fyri einari loysn, ið nevnist Rokningadepilin. Og alt fleiri – serstakliga almennar fyritøkur – seta í dag sum krav, at rokn-ingar skulu sendast í talgildum líki umvegis Rokningadepilin.

Samstundis fáa alt fleiri vanligar fyritøkur eyguni upp fyri teimum sjálvsøgdu fyrimununum við at senda rokningar bein-leiðis frá eini roknskaparskipan til aðra umvegis Rokningadep-ilin. Talgildu rokningarnar hava nevniliga allar upplýsingar, sum skulu syrgja fyri, at rokningin kemur á rætta stað og til avvarðandi persónin hjá móttakaranum.

er góður fyri gjaldføriðSpar tíð og pening, tá ið rokningar verða sendar út. Alt fleiri fyritøkur – privatar og almennar – njóta ágóðan av at senda talgildar rokningar beinleiðis frá einari bókhaldsskipan. Tryggi kjarnin í hesari skipan er Rokningadepilin hjá Elektron

Kreditor

ePosthúsið(Elektron)

Inngjaldskort

Rokninga-depilin

Talgild-gjaldskota

Talgildar rokningar til debitorar í Føroyum og Danmark

Rokningar á inngjaldskort til debitorar í Føroyum og Danmark, sum enn ikki kunnu móttaka talgiltar rokningarEitt markamót

Eitt markamót og eitt format fyri talgildar rokningartil fleiri móttakarar

Rokninga-depilin

Visti tú... At tað ber til at senda talgildar rokningar til debitorar? At tað ber at senda upp-krøv til sjálvvirkandi gjalding? At tað ber at senda rokningar við talgildari gjaldskotu? At tað ber at senda rokningar sum vanligt inngjaldskort? At tað ber at móttaka talgildar rokningar frá kreditorum? At tað ber at móttaka talgildar inngjaldsupp-lýsingar?At tú kanst tilmelda títt virki til Rokningadepilin áwww.elektron.fo

Page 20: Elektronin 2

Har er lív í á goymsluni hjá P/F Poul Mic-helsen. Gerandisvørur av øllum hugsandi slag verða dagliga koyrdar út til hundrað-tals kundar – almennar og privatar – um alt landið, og við túsundtals vørum í vøru-skránni er nógv at halda skil á.

Ikki so løgið, at tá ið tað almenna fyri um-leið einum ári síðani kunngjørdi, at allar inn-

Rokningar verða goldnar fyrr enn áður Hjá P/F Poul Michelsen spara tey bæði arbeiðstíð og pening eftir umlegging til talgildar rokningar umvegis Rokningadepilin hjá Elektron. Og harumframt verða rokningarnar í dag goldnar fyrr enn áður.

gangandi rokningar skuldu vera talgildar, so vóru tey ikki sein at fara til verka hjá P/F Poul Michelsen.

– Almennir stovnar eru ein týdningarmikil kundabólkur fyri okkum. So hóast krøvini frá tí almenna ikki eru lógarkrav enn, so vildu vit vera til reiðar og skipa okkara fakturering so-leiðis, at vit kundu varðveita eitt høgt tænastustøði mótvegis almennu stovnunum, sigur Petur Amon Dalbø, fíggjarstjóri hjá P/F Poul Michelsen.

Rokninga-depilin:

Framhald á síðu 22.

Page 21: Elektronin 2

Handfaringin af rokning- unum er nógvar ferðir minni við Rokningadeplinum, og vit spara bæði tíð og pening við hesari loysn.

Petur Amon Dalbø

Page 22: Elektronin 2

22

Page 23: Elektronin 2

Einføld loysn At leggja um til talgildar rokningar var ikki torført hjá P/F Poul Michelsen. Fyritøkan var longu frammanundan væl fyri innan KT. Navision-bókhaldsskipanin hjá fyritøkuni var sett upp so-leiðis, at tað bar til at senda talgildar rokningar beinleiðis til kundar umvegis Rokningadepilin hjá Elektron.

Og broytingarnar hava á allan hátt verið til gagns. – Tað eru ikki einans kundar okkara, ið njóta fyrimunir við

at móttaka talgildar rokningar. Innanhýsis hjá okkum er eisini nógv broytt til tað betra, sigur Petur Amon Dalbø.

– Talgildar rokningar skulu ikki printast út, og vit sleppa undan at bjálva rokningar og frankera. Vit trýsta bara »send«, og so er tað yvirstaðið. Handfaringin af rokningunum er nógvar ferðir minni við Rokningadeplinum, og vit spara bæði tíð og pening við hesari loysn, leggur Petur Amon Dalbø afturat.

Fleiri velja talgilt Petur Amon Dalbø metir, at okkurt um 20 prosent af øllum rokningum frá P/F Poul Michelsen fara til kundan í talgildum líki. Og talið er vaksandi.

– Fyri okkum er Rokningardepilin ein heilt natúrlig menn-ing. Her hjá P/F Poul Michelsen hava vit leingi roynt at minka munandi um pappírsnýtsluna. Hetta merkir, at tær rokningar, sum ikki fara umvegis Rokningadepilin, verða sendar við teldu-posti. Men henda loysn er ikki sjálvvirkandi, tí har er fram-vegis handfaring hjá kundanum. Við Rokningadeplinum fer rokningin til rætta persónin og beinleiðis inn í bókhaldsskip-anina, sigur Petur Amon Dalbø.

Sum fíggjarstjóri er Petur Amon Dalbø serstakliga nøgdur við ein fyrimun, sum Rokningadepilin hevur havt við sær:

– Rokningarnar verða goldnar fyrr enn áður. Og fyri ein fíggj-arstjóra sum meg er tað kanska tann týdningarmesta broytingin til tað betra, sigur hann at enda.

Petur Amon Dalbø, fíggjarstjóri hjá P/F Poul Michelsen, er sera væl nøgdur við Rokningadepilin hjá Elektron. Loysnin sparir bæði tíð og pening.

Rokningarnar verða goldnar fyrr enn áður. Og fyri ein fíggjarstjóra sum meg er tað kanska tann týdningarmesta broytingin til tað betra.

Petur Amon Dalbø

Um P/F Poul Michelsen

P/F Poul Michelsen hevur sína søgu aftur til 1974. Poul Michelsen byrjaði sítt virksemi í kjallaranum heima í Gundadali. Í 1979 bygdi felagið við Hoyvíksvegin. P/F Poul Michelsen, ella PM, sum fyritøkan vanliga verður nevnd, hevur síðan tá verið í støðugari menning. Byrjað varð sum ser-heilsøla innan sølu av køli- og frystivøru, men í dag er úrvalið nakað væl størri og tænasturnar nógv fleiri. Umframt køli- og frystivørur eru tey eisini serkøn innan frukt og grønmeti, catering, provianteringar og bakaravørur. PM er eisini umboð fyri m.a. Faxe leskidrykkir, Merrild kaffi og Credin bakaravørur. Hesum tænastum eru tað serdeildir innan PM, sum taka sær av. Seinasta nýggja er, at PM nú eisini bjóðar seg fram sum heildarveitara og kann bjóða vørubólkar innan mat-vøruhandil og mattænastu. Hjá PM starvast umleið 50 fólk. Les meira á www.pm.fo

22

Page 24: Elektronin 2

24

tað er skjótt og lætt hjá tí almenna at avgreiða rokningar, sum koma inn í talgildum líki umvegis Rokningadepilin hjá Elektron. Brynleif Poulsen, leiðari á roknskapardeildini hjá Føroya Gjaldstovu, peikar á, at ein av fyrimununum fyri kreditorarnar er, at rokningarnar verða goldnar skjótari, og at færri skeivar avgreiðslur eru.

Rokninga-depilin:

Page 25: Elektronin 2

Tað gerst alt meira til fánýtis at skimast eftir pappírsrokningum hjá tí almenna í Føroyum. Rokningar koma enn í túsundatali inn í postsmog-urnar hjá stovnum, ráðum og fyritøkum, men tann tíð er so líðandi við at fara í søguna.

Tað almenna hevur nevniliga lagt um til talgild-ar rokningar og stendur í dag á odda fyri pappírs-leysu kollveltingini í Føroyum.

Á Føroya Gjaldstovu – sum millum annað rekur Búskaparskipan Landsins og veitir almenn-um stovnum ymsar roknskapartænastur – hava tey merkt hesa umlegging meira enn nakrastaðni.

Pappírs-rokningar í støðugari minking

Alt fleiri kreditorar hjá tí almenna kunnu fegnast um, at rokningar verða goldnar skjótari enn áður. Hetta er ein av sjálvsøgdu fyrimunun-um við talgildum rokningum umvegis Rokningadepilin hjá Elektron

Eg eri sannførdur um, at innan stutta tíð fer bróðurparturin av rokningunum umvegis Rokningadepilin.

Brynleif Poulsen

25

Framhald á næstu síðu.

Page 26: Elektronin 2

– Heilt einfalt er talan um stórar tíðarsparingar. Handfaringin av pappíri er munandi minkað, og tað er munandi lættari at halda skil á rokning-unum, sigur Brynleif Poulsen, leiðari á roknskap-ardeildini hjá Føroya Gjaldstovu.

Skjótari avgreiðsla Ein elektronisk verkgongdarskipan (Invoice Work-flow) er kjarnin í talgildu broytingunum hjá tí al-menna. Stovnar og ráð fáa hundraðtals rokningar hvønn einasta dag, men í mun til fyrr er ongantíð

ivi um, hvar rokningarnar eru. Bók-haldarar á ymsu almennu stovnun-um vita altíð, hvør brúkari í rokn-skaparskipanini situr við rokningini:

– Um okkurt ivamál er um eina rokning, so er lætt at finna útav, hvar ið rokningin er, bert við at fara inn á Búskaparskipan Landsins. Hetta er ein sera stórur fyrimunur, um ein rokning skal verða konterað, góð-kend og frígivin til gjaldingar av flei-ri persónum, sum kanska hava stóra geografiska frástøðu – alt fer fram í talgilda heiminum, og tí er tað mun-andi skjótari enn áður at avgreiða gjaldingar, sigur Brynleif Poulsen. Á Føroya Gjaldstovu hava tey stað-

fest, at tíðarsparingarnar hava gjørt, at rokningar til tað almenna verða goldnar skjótari, um tær eru talgildar:

– Mett verður, at tað plagdi at taka almennum stovnum útivið 70 dagar í meðal at greiða eina rokning til gjaldingar. Sambært kanning, sum In-trum Føroyar hevur almannakunngjørt, tekur tað í dag í miðal 40 dagar hjá almennum stovnum at greiða rokningar til gjaldingar – men vit hava sum mál, at avgreiðslan skal niður á 20 dagar, sigur Brynleif Poulsen.

Rokningadepilin hjá Elektron er ein týðandi fak-torur í støðugt at talgilda handfaringina av rokn-ingum frá kreditorum, tí Rokningadepilin er bindi-liðið millum roknskaparskipanina hjá kreditorinum og almenna stovnin, sum brúkar Búskaparskipan

Landsins. Talgildu rokningarnar innihalda upplýs-ingar um, hvør ið skal hava rokningina – og Rokn-ingadepilin veit, um ein brúkari í Búskaparskipan landsins skal hava rokningina. Tí koma roknin-garnar altíð til rætta móttakara at málsviðgera.

Í vøkstri Fyrstu royndirnar við talgildum rokningum um-vegis Rokningadepilin vórðu gjørdar í 2006, tá ið Føroya Gjaldstova byrjaði at móttaka rokningar frá fyritøkum í Danmark. Tær fyrstu privatu før-oysku fyritøkurnar fóru at senda talgilt í 2008, og síðani er mongdin vaksin støðugt:

Enn er tó langt eftir á mál. Búskaparskipan Landsins handfór farna árið okkurt um 130.000 rokningar, harav 20.000 vóru talgildar. Eftir ein-um ári er talið av talgildum rokningum tvífaldað. – Eg eri sannførdur um, at innan stutta tíð fer bróð-urparturin av rokningunum umvegis Rokninga-depilin. Fyrimunirnir fyri bæði sendara og móttak-ara eru sjálvsagdir, sigur Brynleif Poulsen at enda.

26

Um Føroya Gjaldstovu

Føroya Gjaldstova er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, sum umframt at veita almennum stovnum tænastur innan bókhald, lønir og roknskap eisini rekur Búskaparskipan Landsins og LandsNet. Á gjaldstovuni arbeiða í dag umleið 40 fólk. www.gjaldstovan.fo

Mett verður, at tað plagdi at taka almennum stovnum útivið 70 dagar í meðal at greiða eina rokning til gjald-ingar. Sambært kanning, sum Intrum Føroyar hevur almanna-kunngjørt, tekur tað í dag í meðal 40 dagar hjá almennum stovnum at greiða rokningar til gjaldingar – men vit hava sum mál, at avgreiðslan skal niður á 20 dagar.

Brynleif Poulsen

Rokningadepilin knýtir roknskaparskipanir saman

Page 27: Elektronin 2

27

P/F elektronStaravegur 9 · P.O. Box 3219 · FO-110 Tórshavn · Faroe IslandsTel: +298 345100 · Fax: +298 345101

Talgilda tínar rokningar!

Rokningadepilin

Effektivisera mannagongdir og spar peningÍstaðin fyri at útskriva, pakka og avgreiða tínar rokningar manuelt, kanst tú senda rokningarnar umvegis Rokningadepilin.

Ístaðin fyri at móttaka rokningar í brævbjálvum og avgreiða hesar manuelt, kanst tú móttaka rokningarnar talgilt umvegis Roknigadepilin.

Sparingin er sjálvsøgd! Við at senda og móttaka umvegis Rokningadepilin, ber til at effektivisera tykk-ara innanhýsis mannagongdir, leysgeva arbeiðs orku og minka um umsiting ar-ligar útreiðslur.

Tilmelda títt virki beinanvegin á www.elektron.fo – So hjálpa vit tykkum

við at effektivisera og spara.

Page 28: Elektronin 2

P/F elektronStaravegur 9 · P.O. Box 3219 · FO-110 Tórshavn · Faroe IslandsTel: +298 345100 · Fax: +298 345101

Álítandi

Trygt

Innlit

veitingar

umhvørvi

í tín tørv