14
HAGSTOVA F ØROYA - STATISTICS F AROE I SLANDS Visit Faroe Island Att: Guðrið Højgaard Gongin 9 FO – 100 Tórshavn Argir, tann 02.06.2015 Solar eclipse 2015 Kanning av búskaparligum árini av keypi hjá útlendskum ferðafólkum. Hagstova Føroya hevur eftir umbøn frá Visit Faroe Islands kannað búskaparligt árin av keypi hjá útlendskum ferðafólkum í Føroyum í samband við sólarmyrkingina tann 20. mars 2015. Henda frágreiðing lýsir úrslitið av kanningini. KVÍGGJARTÚN 1 • POSTRÚM 2068 • FO-165 ARGIR • TLF. +298 352800 • HAGSTOVA@HAGSTOVA.FO

Journal nr - Visit Faroe Islands · Web viewÍ talvu 5, á síðu 9 sæst, at serliga at flutningur innanoyggja og bilaleiga er vaksin við 100 %, men at eisini bólkanir: upplivingar,

  • Upload
    others

  • View
    0

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: Journal nr - Visit Faroe Islands · Web viewÍ talvu 5, á síðu 9 sæst, at serliga at flutningur innanoyggja og bilaleiga er vaksin við 100 %, men at eisini bólkanir: upplivingar,

HAGSTOVA FØROYA - STATISTICS FAROE ISLANDS

Visit Faroe IslandAtt: Guðrið HøjgaardGongin 9FO – 100 Tórshavn

Argir, tann 02.06.2015

Solar eclipse 2015

Kanning av búskaparligum árini av keypi hjá útlendskum ferðafólkum.

Hagstova Føroya hevur eftir umbøn frá Visit Faroe Islands kannað búskaparligt árin av keypi hjá

útlendskum ferðafólkum í Føroyum í samband við sólarmyrkingina tann 20. mars 2015.

Henda frágreiðing lýsir úrslitið av kanningini.

KVÍGGJARTÚN 1 • POSTRÚM 2068 • FO-165 ARGIR • TLF. +298 352800 • [email protected]

Page 2: Journal nr - Visit Faroe Islands · Web viewÍ talvu 5, á síðu 9 sæst, at serliga at flutningur innanoyggja og bilaleiga er vaksin við 100 %, men at eisini bólkanir: upplivingar,

Samandráttur:

Útlendsk ferðafólk, ið vitjaðu Føroyar í mars 2015 fyri at uppliva sólarmyrkingina tann 20. mars,

keyptu vørur og tænastur fyri 111 milliónir krónur. Hetta er 121% meir enn í mars 2014. Eyka

umsetningurin hjá ferðavinnuna og atknýttum vinnum er uppá 61 mill. kr.

Samlaði umsetningurin fyri mars er estimeraður til 192 milliónir krónur, sum er 45% meira enn í

mars 2014. Sólarmyrkingin kravdi nakað av eyka arbeiðsmegi fyri at nøkta tørvin, serliga í viku

12 fram til 20. mars, tá ið sólarmyrkingin var og dagarnar beint aftaná..

Tað estimeraða úrslitið uppá 192 mill. kr. í mars 2015, merkir at umsetningurin henda mánaðin

hækkaði til á sama niveau sum miðal mánaðarumsetningur fyri alt 2014 hjá populatiónini.

Miðalumsetningurin pr. mánað í 2014, var 188 mill.kr.

Frágreiðingin viðgerð kanninginina í tveimum pørtum. Fyrri partur greiður stutt frá um

kanningarháttin og góðskuna av úrslitinum. Seinni parturin lýsir úrslitið í talvum, saman við

stuttum viðmerkingum.

Kanningarháttur:

Kanningin umfatar tey feløg, ið hava beinleiðis sølu til ferðafólkini, og feløg innan samskifti

(kringvarp og aðrir miðlar) og umboðan (umboð fyri reiðarí innan cruise-vinnuna) og Vága

Floghavn.

Kanningin fevnir yvir tíðarskeiðiini mars 2015 og mars 2014. Hetta fyri at hava eitt

samanberingargrundarlag, so til ber at lýsa eina gongd í umsetningstølunum.

Lyklatølini í hesari frágreiðing eru:

- Estimeraði av umsetninginum frá sølu í tíðarskeiðunum mars 2015 og mars 2014

- Estimeraði av umsetninginum frá sølu til útlendsk ferðafólk í nevnda tíðarskeiði

- Hvussu nógvir eyka arbeiðstímar vóru í mars 2015 sammett við mars 2014 í ferðavinnuni

2

Page 3: Journal nr - Visit Faroe Islands · Web viewÍ talvu 5, á síðu 9 sæst, at serliga at flutningur innanoyggja og bilaleiga er vaksin við 100 %, men at eisini bólkanir: upplivingar,

Kanningin var grundað á eitt spurnablað, ið bleiv sent út til 94 heimildarfólk/virkir. Spurt var

um:

- Umsetning (Søla uttan MvG, skrásett í roknskapinum) mars 2015 og mars 2014

- Umsetning av Sølu til útlendsk ferðafólk mars 2015 og mars 2014

- Tal av fólki í arbeiði, umroknað til samlað tal av arbeiðstímun í mars 2015 og mars 2014

- Eyka arbeiðsmegi í samband við Sólarmyrkingina?

Heimildarfólkini vóru vald út frá vinnugrein og virksemi saman við vitan, ið Hagstovan hevur -

millum annað úr gjaldsjavnahøpi og undanfarnari kanning av búskaparliga árininum innan

ferðavinnuna - um hvørjar fyritøkur selja vørur og tænastur til útlendingar.

Populatiónin (N), taldi 257 vinnufeløg innan ferðavinnuna og vinnur við tilknýti til

ferðavinnuna. Av hesum vóru 94 feløg vald út til stikkprøvapopulatiónina (n). Hesi 94 feløgini

svara til 36% av vinnufeløgunum, sum umboða populatiónina (N) í hesa kanning. Kanningarúrslitið verður funnið við at nýta eina stratifiseraða estimering, har stikkprøva

populatiónin (n) er býtt upp í 7 bólkar (strata).

Góðskan:

Úrslitið av kanningini er kannað fyri normalitet, ið merkir at data hava eina fordeiling, sum kan

sigast at vera normalfordeild. Stikkprøva úrslitið er kannað og testað og vísir úrslitið, at data eru

í lagi. Talva 1, vísur Z – virði, plottað sum funktión av umsetninginum fyri mars 2015 í

milliónum krónum.

3

Page 4: Journal nr - Visit Faroe Islands · Web viewÍ talvu 5, á síðu 9 sæst, at serliga at flutningur innanoyggja og bilaleiga er vaksin við 100 %, men at eisini bólkanir: upplivingar,

Talva 1, Umsetningurin sum funktion av Z-virði

Talvan vísir, at data eru á einari beinari linju, sum merkir at kravið til datakonsistens er rokkið,

og merkir eisini, at estimeringin av umsetninginum fyri populatiónini N og estimeringin av

umsetninginum av sølu til útlendingar kann setast í verk.

Tó eru aðrar óvissur tilstaðar, sum skulu takast við í estimeringini av umsetninginum fyri mars

2015. Millum annað framdi Smyril Line eitt serligt ferðamanna átak um páskirnar í mars 2014.

Hetta hevði við sær, at sera nógv útlendsk ferðafólk vóru í Føroyum í mars 2014. Tískil var mars

mánaðurin í 2014 betri enn ein vanligur mars mánaður í lágárstíð innan ferðavinnu.

Afurat hesum kemur so eisini, at óvissan partvís er grundað á hagfrøðiligu metoduna til

estimering av úrslitinum. Afturat hesum koma so: feilir og ótalt, tvs. skrásetingarfeilir hjá

respondentum, umframt nonrespons, m.a. at nøkur feløg ikki vóru til at fáa fatur á, sjálvt um tey

vóru útvald.

Tað skal viðmerkjast at allir stóru aktørarnir ínnan ferðavinnu í Føroyum luttóku í kanningini og

svaraðu spurnablaðnum. Stikkprøvakanningin vísti at: 60% svaraðu spurnablaðnum, 26%

4

Fraktildiagram

0

10

20

30

40

50

-2 0 2 4 6 8 10

Z - Virði

Mill.

kr.

Page 5: Journal nr - Visit Faroe Islands · Web viewÍ talvu 5, á síðu 9 sæst, at serliga at flutningur innanoyggja og bilaleiga er vaksin við 100 %, men at eisini bólkanir: upplivingar,

svaraðu ikki og 14% vóru ikki til at fáa fatur á tvs. non-respons. Hetta ger at kanningin er

umboðandi fyri vinnuna.

Sjálv estimatiónin er framd fyri samlaða umsetningin fyri mars 2015 og 2014, men eisini sum

ein stratifisera estimering við atliti til 7 vinnugreinabólkar. Hesir bólkar eru:

flutningur millum lond og ferðaskrivstovur,

gistingarhús,

matstovur og drykkjuvørur,

flutningur innanoyggja og bilaleiga,

upplivingar,

annað keyp, og

onnur tænasta.

Eitt 95% konfidensinterval við atliti til miðalvirði er nýtt til at staðfesta, at metti umsetningurin,

ið hevur ein 5% signifikans, liggur innanfyri ovara og niðara mark fyri konfidensinterval.

Úrslit av kanningini:

Tølini í talvu 2, vísa ein vøkstur í umsetninginum frá 2014 til 2015. Fyri mars 2015 var samlaði

umsetningurin fyri hesar bólkar innan ferðavinnuna estimeraður til áleið 192 mill kr. og gevur

hetta ein vøkstur uppá 61 mill. kr. ella 46% samanborið við mars 2014.

Talva 2, Høvustøl frá kanningini (umsetningur í krónum)  Mars 2015 Mars 2014 Munur Broytting %Estimeraður umsetningur. í alt (N) 192.394.692 131.877.690 60.517.002 45,89   Estimeraður umsetningur frá útlendingum (N) 110.698.369 50.034.554 60.663.814 121,24   Miðal ums. pr. mánað 2014 (N) (úr MvG skrá) 188.562.590

 Estimera miðalums. pr. felag (N) (Ums. í alt) 748.617  Konfidensinterval 95% + 963.249  Konfidensinterval 95% - 533.986  

Estimera miðalums. pr. felag (N) (Ums. útlendingar) 430.733Konfidensinterval 95% + 586.500Konfidensinterval 95% - 274.966     

5

Page 6: Journal nr - Visit Faroe Islands · Web viewÍ talvu 5, á síðu 9 sæst, at serliga at flutningur innanoyggja og bilaleiga er vaksin við 100 %, men at eisini bólkanir: upplivingar,

Est. arbeiðstímar í alt (N) 297,911 275.118 22.793 8,28Arb.tímar í alt: Stk.pr. (n) 169.115 158.778 10.336 6,51Eyka tímar mars 2015: Stk.pr. (n) 7.907 4.379 3.528 80,57

Populatiónin - N 257  Stikkprøvapopulatiónin – n 94      Spurnakanningin vísti at nakað av eyka arbeiðsmegi var í nýttur fyri at nøkta eftirspurningin av

vørum og tænastum frá ferðafólkið. Respondentanir hava upplýst at 7.907 arbeiðstímar vóru

nýttir, hetta er áleið 4 ársverk. Hetta talið skal takast við fyrivarni, men merkir í høvuðsheitum,

at vinnan sum heild hevur havt resourssir tøkar og hevur verið væl fyrireikað. Í alt brúkti vinnan

áleið 297.911 arbeiðs tímar, samsvarandi 143 fulltíðarverk í mars 2015 sammett við 275.118

tímar í mars 2014. Hetta er væl minni enn í kanningini, ið var gjørd á heystið 2014. Tá var komið

eftir at tað vóru 331 fulltíðarverk í ferðavinnuni.

Munurin er, at henda kanning hevur ikki tikið allar atknýttar vinnur við. Orsøkin er

ferðafólkasamansetingin, sum í hesum føri er ein heilt serligur bólkur við áhuga fyri

sólarmyrkingum. Tískil eru vanligir matvøruhandlar ikki tiknir við eins og aðrir handlar á øðrum

økjum.

Hyggur ein nærri at Talvu 3 á næstu síðu so sæst, at flutningur millum lond og

ferðaskrivstovuvirksemi hava stórsta umsetningin. Meðan Gistingar og flutningur innanoyggja

harafturímóti hava stórsta vøksturin sammett við 2014. At framgongdin í bólkinum matstovur og

drykkjuvørur er so lítil kemst helst av, at flestu gistingarhús hava egna matstovu og bjóða bæði

heitt og kalt til síni viðskiftafólk. Bólkanir: Upplivingar og Annað keyp hava eisini havt eina

stóra framgongd. Bólkurin onnur tænasta umfatar umboð sum veita tænastur til aktørar í

ferðavinnuni til dømis umboð hjá Cruise reiðaríum, Vága Floghavn, Tórshavnar havn etc.

79% av umsetninginum kemur frá flutningi millum lond, ferðaskrivstovum, gistingum,

matstovum og drykkjuvørum, umframt flutningi innanoyggja. Meðan 21% av umsetninginum

kemur frá upplivingum, annað keyp, og onnur tænasta.

Hyggur ein at lutfallinum fyri umsetningin av sølu til útlendingar í talvu 4, á síðu 8, sæst at her er

omanfyrinevnda býtið 73% og 26%. Tað vil siga, at útlendingar brúka meiri uppá upplivingar og

annað keyp.

6

Page 7: Journal nr - Visit Faroe Islands · Web viewÍ talvu 5, á síðu 9 sæst, at serliga at flutningur innanoyggja og bilaleiga er vaksin við 100 %, men at eisini bólkanir: upplivingar,

Í talvu 5, á síðu 9 sæst, at serliga at flutningur innanoyggja og bilaleiga er vaksin við 100 %,

men at eisini bólkanir: upplivingar, annað keyp og onnur tænasta hava havt ein munandi vøkstur

í umsetninginum. Gistingar og flutningur millum lond saman við ferðaskrivstovurnar høvdu eina

framgongd uppá ávikavist 31% og 24%. Orsøkin til hendan vøkstur, er greitt, tað stóra talið av

útlendskum ferðafólkið, ið vitjaðu oyggjarnar í mars 2015.

Talva 3: Estimeraður umsetningur í alt fyri ferðavinnuna í Føroyum, mars 2015 og mars 2014, í krónum. Umsetningur í alt Ums. Mars-

2015 NUms. Mars-

2014 NUms. Mars-

2015 nUms. Mars-

2014 n

Flutningur millum lond og ferðaskrivstovur 77.409.730 62.461.482 68.808.649 55.521.317

Gistingar 22.059.540 16.902.011 14.968.974 11.469.222

Matstovur og drykkjuvørur 10.655.304 9.674.535 1.210.830 1.099.379

Flutningur innanoyggja og bilaleiga 41.757.209 20.820.170 23.725.687 11.829.642

Upplivingar 4.589.017 2.718.935 2.136.267 1.265.711

Annað keyp 28.943.399 14.817.136 2.128.191 1.089.495

Onnur tænasta 6.980.493 4.483.421 5.817.077 3.736.185

Umsetningur í alt: 192.394.692 131.877.690 118.795.674 86.010.951

Umsetningur í alt í %        

Flutningur millum lond og ferðaskrivstovur 40,2 47,4 57,9 64,6

Gistingar 11,5 12,8 12,6 13,3

Matstovur og drykkjuvørur 5,5 7,3 1,0 1,3

Flutningur innanoyggja og bilaleiga 21,7 15,8 20,0 13,8

Upplivingar 2,4 2,1 1,8 1,5

Annað keyp 15,0 11,2 1,8 1,3

Onnur tænasta 3,6 3,4 4,9 4,3

7

Page 8: Journal nr - Visit Faroe Islands · Web viewÍ talvu 5, á síðu 9 sæst, at serliga at flutningur innanoyggja og bilaleiga er vaksin við 100 %, men at eisini bólkanir: upplivingar,

Umsetningur í alt í % 100,0 100,0 100,0 100,0

Talva 3, er samansett av úrslitinum av estimeringini og stikkprøvakanningini. Her skal viðmerkjast at estimeraðu tølini fyri ferðavinnuna er lýstur 2015 N og stikkprøvin við 2015 n. Lítla n er sostatt ein samanteljing av tí sum respondentarnir hava svara og harvið reel tøl frá teirra virksemi. Endamálið við talvu 3 er at lýsa lutfallið millum stratabólkanar og heildarúrslitið. Bæði fyri estimeraðu populatiónini og respondentarnar í stikkprøvanum

Talva 4: Estimeraður umsetningur í alt frá útlendingum í mars 2015 og mars 2014, í krónum.Umsetningur frá útlendingum Ums. Mars-

2015 NUms. Mars-

2014 NUms. Mars-

2015 nUms. Mars-

2014 n

Flutningur millum lond og ferðaskrivstovur 44.677.101 29.064.501 39.712.979 25.835.112

Gistingar 17.822.866 11.453.033 12.094.087 7.771.701

Matstovur og drykkjuvørur 2.908.400 971.520 330.500 110.400

Flutningur innanoyggja og bilaleiga 15.751.328 448.800 8.949.618 255.000

Upplivingar 2.334.012 632.864 1.086.523 294.609

Annað keyp 25.513.482 7.408.756 1.875.991 544.762

Onnur tænasta 1.691.181 55.080 1.409.318 45.900

Umsetningur frá útlendingum í alt: 110.698.369 50.034.554 65.459.016 34.857.484

Umsetningur frá útlendingum í %        

Flutningur millum lond og ferðaskrivstovur 40,4 58,1 60,7 74,1

Gistingar 16,1 22,9 18,5 22,3

Matstovur og drykkjuvørur 2,6 1,9 0,5 0,3

Flutningur innanoyggja og bilaleiga 14,2 0,9 13,7 0,7

Upplivingar 2,1 1,3 1,7 0,8

Annað keyp 23,0 14,8 2,9 1,6

Onnur tænasta 1,5 0,1 2,2 0,1

Umsetningur frá útlendingum í alt í % 100,0 100,0 100,0 100,0

Talva 4, er samansett av úrslitinum av estimeringini og stikkprøvakanningini. Her skal viðmerkjast at Estimeringin er lýstur N og stikkprøvin við n. Lítla n er sostatt ein samanteljing av tí sum respondentarnir hava svara og harvið

8

Page 9: Journal nr - Visit Faroe Islands · Web viewÍ talvu 5, á síðu 9 sæst, at serliga at flutningur innanoyggja og bilaleiga er vaksin við 100 %, men at eisini bólkanir: upplivingar,

reel tøl frá teirra virksemi. Endamálið við talvu 4 er at lýsa lutfallið millum stratabólkanar og heildarúrslitið. Bæði fyri estimeraðu populatiónini og respondentarnar í stikkprøvanum.

Talva 5: Broyting í umsetninginum í %, mars 2015 sammett við mars 2014.Umsetningur Ums. Mars-2015 N Ums. Mars-2014 N Broyting í %

Flutningur millum lond og ferðaskrivstovur 77.409.730 62.461.482 23,9

Gistingar 22.059.540 16.902.011 30,5

Matstovur og drykkjuvørur 10.655.304 9.674.535 10,1

Flutningur innanoyggja og bilaleiga 41.757.209 20.820.170 100,6

Upplivingar 4.589.017 2.718.935 68,8

Annað keyp 28.943.399 14.817.136 95,3

Onnur tænasta 6.980.493 4.483.421 55,7

Umsetningur í alt: 192.394.692 131.877.690 45,9

 Umsetningur frá útlendingum      

Flutningur millum ond og ferðaskrivstovur 44.677.101 29.064.501 53,7

Gistingar 17.822.866 11.453.033 55,6

Matstovur og drykkjuvørur 2.908.400 971.520 199,4

Flutningur innanoyggja og bilaleiga 15.751.328 448.800 3.409,7

Upplivingar 2.334.012 632.864 268,8

Annað keyp 25.513.482 7.408.756 244,4

Onnur tænasta 1.691.181 55.080 2.970,4

Umsetningur frá útlendingum í alt: 110.698.369 50.034.554 121,2

Talva 5, lýsir broytingina í % millum mars 2015 og mars 2014. Tó eru nøkur sera stór prosent tøl í samband við umsetningin frá útlendingum sum fyrivarni skulu takast fyri. Bólkurin Flutningur innanoyggja og bilaleiga hevur

9

Page 10: Journal nr - Visit Faroe Islands · Web viewÍ talvu 5, á síðu 9 sæst, at serliga at flutningur innanoyggja og bilaleiga er vaksin við 100 %, men at eisini bólkanir: upplivingar,

havt ein munandi vøkstur í mars 2015 í mun til mars 2014. Tó eru tølini fyri mars 2014 nógv lægri enn tey eiga at vera. Hetta merkir at Hagstovan metir at úrslitið fyri mars 2015 er á góðari leið. Tað sama gerð seg galdandi fyri onnur tænasta. Her er tað serliga cruise umboðan og loftferðsla og miðling sum í mars 2015 hevði nokk at gera.

Strata býtið:

Lýsing av vinnugreinum, íð eru umboðaðar í teimun ymsu strata bólkunum.

Flutningsfeløg til/frá útlond og ferðaskrivstovur: Hagtøl útflýggjað av flutningsfeløgunum og

ferðaskrivstovunum. Tølini fevna um ferðaseðlar, tax-free søluna hjá AA og Smyrilline, og onkrar

gistingar, har ferðaskrivstovurnar ikki høvdu sundurgreinað tølini.

Gistingar og annað hotelvirksemi: Hagtøl frá hotellum, vallaraheimum, kunningarstovum um

summarhús, kamping, tjalding og ból og bitið. Afturat hesum er eisini íroknað tær sjálvstøðugu

matstovurnar sum feløgini, ið reka hotelvirksemi eisini eiga heilt ella partvís.

Matur og drykkjuvørur: Hagtøl frá matstøðum, kaffistovum og vertshúsum.

Flutningur innanoyggja og bilaleiga: Her er flutningur við bygdaleiðir, strandferðslu, bussferðir í

samband við útferðir umbiðið av ferðamannaskipum og leigubilum tikin við.

Upplivingar: Hagtøl frá bygdasøvnum, søvn landsins, teimun í gera útferðir, bæði á sjógvi og landi.

Annað keyp: Hagtøl frá klædnahandlum, mann- og konufólkaklæðir, barna- og ítróttarklæðir og

ullavørur umframt handlar ið selja prýðislutir o.l.1 Onnur tænasta: Hagtøl frá umboð hjá Cruise-reiðaríum, Kringvarpið og Vága Floghavn.

10