24
Landsfelag Pensjónista Nr. 30 Apríl 2012 Limablað PÁSKABLÓMA! MEGIN STERK ER Í TÍNUM GULA HORNI Blað teirra eldru

Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

  • Upload
    others

  • View
    1

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

Landsfelag Pensjónista

Nr. 30 Apríl 2012 Limablað

PÁSKABLÓMA! MEGIN STERK ER Í TÍNUM GULA HORNI

Blað teirra eldru

Page 2: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

2

einum pensjónisti, eitt nú til mat, klæði, býli, hita o.s.fr. Grundupphæddin hevur nú á 13. ári staðið í stað, bert viðbótin hevur verið javnað, og merkir tað, at samlaða fólkapensjónin hevur bert fingið endurgjald fyri einum brotparti av prís- og lønarvøkstrinum – líka til nú, tá okkara politikarar hava sett hetta endurgjald til 0%. Í dag er tað so, at grundupphæddin, pensjónsviðbótin, oljuviðbótin og sam- haldsfasti tilsamans røkka ikki til neyð- synjartørvin hjá einum fólkapensjónisti. Gifti fólkapensjónisturin við uml. 6.000 kr um mánaðan má dúva upp á undirhalds-skylduna hjá hjúnarfelaganum, giftir pen- sjónistar við eini 8.500 kr um mánaðan hvør mugu royna sum frægast at bjarga lívinum, og ógifti pensjónisturin við 10.700 kr um mánaðan man lítið hava eftir til lívsins uppihald, tá føstu útreiðslurnar eru goldnar.

Tvær áhugaverdar kanningar eru gjør-dar í seinastuni. Tær eru við til at varpa ljós á livikorini hjá fólkapensjón-

istum í føroyska vælferðarsamfelagnum.Ta einu kanningina gjørdi Hagstovan.

Hon vísir, at teir fólkapensjónistar, sum einans hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, ríða um fátækramarkið, og mong hava inntøku undir fátækramarkinum. Her er talan um túsundtals menniskju, sum ikki hava havt umstøður at spara upp til egna pensjón, men tey hava tó yvir skatta- skipanina goldið 2½ % av teirra inntøku inn í landskassan til fólkapensjón, hetta í áliti á, at politiska skipanin fór at halda tey lyfti, sum givin vóru, tá fólkapensjóns- skipanin varð gjørd á sinni: at landið saman við statinum skuldi veita øllum nóg stóra fólkapensjón til lívsins uppihald.

Grundupphæddin í fólkapensjónini varð ætlað at røkka til neyðsynjartørvin hjá

Útgevari:

Landsfelag PensjónistaTróndagøta 13, 100 TórshavnFormaður: Arne Thorsteinsson Telefon 210621Teldupostur. [email protected]

Skrivari: Ingrid HenriksenSkrivstovutíð: týsdag kl. 13 - 16 Telefon: 319394 og 219394Teldup.: [email protected]

Blaðnevnd:

Sigvald Kristiansen, ábyrgd Skálavegur 236, 480 SkálaTelefon: 441517 og 288517Teldupostur: [email protected]

Inna NattestadHeiðavegur 23, 370 MiðvágurTelefon: 33 3133 og 257685Teldupostur: [email protected]

Árni JohannesenFjósagøta 6, 100 TórshavnTelefon 313244 og 213244Teldupostur: [email protected]

Prent og prenttilgerð estra

Oddagrein

Fólkapensjónistar ríða um fátækramarkið

Page 3: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

3

andi, har sparast kann, men føstu út- reiðslurnar eru høgar og lítið er tí eftir at spara av. Tey eru, sum ikki hava ráð at fylla tangan, men keypa olju í dunkum. Kringvarpsgjaldið noyðast tey at rinda, men mong eru tey, sum siga bløðini frá sær, tí ráðini eru ikki til at halda tey.

Inntøkan hjá fólkapensjónistum er snøgt sagt ov lág til at kunna liva eitt virðiligt og innihaldsríkt lív í okkara samfelag.

Hetta verður upp aftur meira sjónskt í teirri kanningini, sum Dátueftirlitið stutt síðan gjørdi.

Okkara samfelag roknar við, at øll hava teldu og internetsamband, sum tey nýta dagliga. Tað hava tey yngru flest øll eisini, og samfelagið inrættar seg meir og meir eftir tí. Men í aldursbólkinum frá 60 ár og upp eftir nýtir bert helmingurin internet dagliga og stívliga ein triðjingur teirra ongantíð. Kanningin vísir eisini, at tað eru fólk við lágum inntøkum, sum ikki nýta internet, júst tann sami bólkur av fátækum pensjónistum.

Nær fer okkara samfelag at ásanna, at ikki er nóg mikið at halda fólkapensjónist- um á lívi? Eisini fólkapensjónistar mugu fáa rætt til eitt sámuligt lív við møguleika at taka lut í tí, sum fyriferst í samfelagnum.

Arne Thorsteinsson

Politisku lyftini til pensjónistar hava verið mong, serliga fram móti vali, men trupult tykist vera at halda lyftini.

Her verður ikki einans hugsað um gomul lyfti um eina fólkapensjón, sum til bar at liva av.

Tað gongur eisini trekt at halda nýggjari lyfti.

Tá privatu sjúkrakassarnir við lóg vórðu avtiknir, og vit fingu ein almennan sjúkrakassa, fylgdi tað lyfti við, at 1. januar 2012 skuldi tvungna sjúkrakassagjaldið hvørva og útreiðslurnar til sjúkratrygd verða tiknar úr landskassanum. Hetta hevði lætt um hjá mongum fólkapensjónisti. Nær man tað lyfti fara at verða hildið?

Nær man politiska lyftið um at lata tvungna kringvarpsgjaldið hvørva og lata landskassan bera útreiðslurnar av kring- varpinum - eins og av øðrum almennum stovnum - fara at verða hildið?

Og so var tað lyftið um, at inntøka hjá einum hjúnafelaga skuldi ikki ávirka fólka-pensjónina hjá hinum. Tað lyftið varð hildið. Men bert stutta tíð. Lógin varð samtykt beint fyri valið, og mangir giftir pensjónistar frøddust. Men so varð hon sett úr aftur gildið beint eftir valið. Tó einki bilar, mangt verður gloymt eftir 4 árum.

Meðan okkara egna politiska skipan hevur ilt við at halda givin lyfti, er øðrvísi við statinum. Bæði danskir og føroyskir fólkapensjónistar fáa pensjón frá statinum. Fyrr var peningurin oyramerktur til pen- sjónir, men nú hvørvur peningurin til føroyskar pensjónistar tíverri inn í blokkin og tískil í landskassan. Hvat peningurin, sum fólkapensjónistarnir áttu at fingið, so verður nýttur til, veit eingin, tí okkara polit- ikarar tvíhalda um, at teir kunnu nýta allan blokkin til tað, sum hóvar teimum, uttan mun til, hvørjum hann var ætlaður. Úrslitið er, at føroyskir fólkapensjónistar fáa upp til 2.000 kr minni um mánaðan í fólkapensjón enn danskir fólkapensjón- istar fáa, tó at livikostnaðurin her er 15% hægri enn í Danmark.

Hvussu føroyskir fólkapensjónistar lív- bjarga sær tykist ein gáta. Teir spara sjálv-

Page 4: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

4

Vit gloymdu greinina inntil ein dagin, tá vit av tilvild komu fram á hana í vindeyga-num. Greinin bar nú grønan spíra. Vit fingu almikið at hugsa um. Hetta var ein ímynd av lívinum, lívsins ábyrgd og álvar-semi. Ikki ov skjótar niðurstøður.

Vit fóru út í urtagarðin og gróðursettu ta spírandi greinina. Hon vaks og mentist og gjørdist ein partur av umhvørvinum.

Um páskirnar hendir tað ótrúliga. Har, fáur sær ein møguleika, er møguleikin.

Langafríggjadag hendi tað óvæntaða. Nøkur fá fólk og teirra millum nakrar kvinn- ur stóðu í nánd av tí doyggjandi Jesusi.

Eisini Jósef úr Arimateu, ein jødiskur ráðharri, stóð nær við Jesu kross. Hann væntaði Guðs ríki, tók mót til sín og fór til Pilatus og bað hann um likamið av Jesusi.

Meðan Jósef tókst við at jarða Jesus, stóðu tríggjar kvinnur og hugdu at. Tær sóu, hvar Jesus varð lagdur. Ein stórur steinur varð lagdur fyri gravarmunnan.

Kvinnurnar eru okkum ein fyrimynd. Tær eru hjástaddar, og tað er ein vakur vitnisburður. Ikki so mong orðini, men verk og hjávera.

Páskamorgun kom broyting í, og alt gjørdist øðrvísi og jaligt. Deyðin var deyður, lívið livandi og menniskju endurfødd til

Einastaðni undir moldum liggur lívsins fræ. Fjalt í tí ósjónliga nørist lívið og veksur sjónliga fram sum stelkur og blóma. Vakur-leikin undir moldum sæst ikki, men tað er júst við rótina, at lívið hevur rótfesti.

Moldin er neyðug til lív og vøkstur. Tað ósjónliga er ein fortreyt fyri vakurleikanum, ið vit síggja. Tað ósjónliga ber í sær allan tann vakurleika, ið blóman sum blóma sendir út í umhvørvið.

Tá vit fluttu út á Gjaranes, komu vit til ein urtagarð, ið trongdi til eina góða hond. Vit settu okkum fyri at rudda økið og hava ein grønan grasvøll. Vit valdu at vera iva-leys og tóku rívan til. Trø og runnar fingu ikki blíða lagnu.

Eitt av teimum smáu børnunum tókst uppí. Ístaðin fyri at ríva upp við rót royndi barnið at gróðurseta. Vit lótu standa til, tí okkurt skulu børnini taka sær fyri, meðan tey vaksnu arbeiða.

Tá dagurin var liðin, sóu vit eitt ílat standa í einum vindeygakarmi í kjallaran- um. Í ílatinum stóð ein lítil grein í vatni. Greinin tyktist okkum følnað, og vit høvdu lyndi at smírast. Hugsaðu um barnalyndið, at børnini gjørdu sum tey vaksnu, ið tóku avleggara av urtapottum og settu í eitt glas av vatni.

Ljós á leiðini

Gleðiligar páskir! Jógvan Fríðriksson, biskupur

Page 5: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

livandi vónar.Komnar út á grøv Jesu síggja kvinnur-

nar, at steinurin var veltur frá.Við Jesu grøv hoyrdu kvinnurnar

boðskapin um ein livandi frelsara. »Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her.« (Markus 16,6)

Ein sælur boðskapur varð borin trimum kvinnum, ið vildu minnast hin deyða og sýna honum hóskiligan heiður.

Hjá okkum ræður um at liva, fáa nakað burtur úr lívinum og vera búgvin til tað æviga lívið. Hjá okkum ræður um at geva lívinum bestu fortreytir.

Gjøgnum sama glugga kunnu vit síggja eitt træ, ið missir bløðini og viknar. Ella síggja ein ungan grønan spíra á eini grein, sum vit mettu lívleysa.

Vit fáa høvi at loysa bond, lívga og lætta. Kristnin prædikar ein livandi Jesus, ið er staðin upp av deyða og grøv. Vit játta trúnna á hann, sum ger jørðina vakrari og ævin- leikan sælan, - Jesu dýrabara navn. Amen.

5

Dómkirkjan

Landsfelag Pensjónista

Í sambandi við 25 ára føðingardagin hjá Landsfelag Pensjónista í Føroyum, í dag tann 24. oktober 2011, senda vit tykkum blíðar heilsanir úr Íslandi.Vit vilja nýta høvi til at takka pensjónistum í Føroyum fyri gott og tætt samstarv í Norrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr.Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band eldri borgara í Íslandi.

Jóna Valgerður Kristjánsdóttir, formaður LEB

Grétar Snær Hjartarson, skrivstovustjóri LEB

Føðingardagskvøða úr Íslandifrá Landsfelag Eldri Borgara

Page 6: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

6

veruliga seta hol á og bróta tað TABU, sum er „TØGNIN OG EINSEMI“. Við tøgnini og einseminum kemur yvirskriftin til ráð- stevnuna, „LÍVIÐ VIÐ DEMENSI“. Ljós verður varpað á, hvussu demenssjúka ávirkar lívið hjá teimum sjúkuraktu og teirra nærmastu, og hvat vit kunnu gera fyri at bróta tøgnina og einsemið, ið fylgir við. Tað er so umráðandi fyri lívssgóðskuna, at vit sum medmenniskju skilja, hvussu sjúkan ávirka persónin. Tá kunnu vit betur skapa trygga og gevandi samveru við viðkomandi. Tí tryggleiki er grundleggjandi fyritreyt fyri einum virðiligum lívi.

Ráðstevnan verður 11. og 12. mai 2012 á Hotel Føroyum og vendir sær til øll, sum á ein ella annan hátt varða av og eiga ábyrgd og geva eldraøkinum ans. Vit í felagnum leggja dent á, at øll, ung sum eldri, næst- ringar, vinir og kenningar, kenna seg vælkomin at luttaka á ráðstevnuni.

Innihaldið til ráðstevnuna hava vit valt útfrá tí, sum Alzheimerfelagið metir hevur áhuga hjá avvarðandi, fakfólki, politikkar- um og teimum, sum vilja hava meira vitan um demenstørvin. Unn Poulsen úr Havn fer at siga frá tøgnini og einseminum, tá pápi hennara gjørdist demenssjúkur, bert 56 ára gamal. Kona fyrrverandi fiskimála-ráðharran í Norra greiðir frá, tá maðurin varð sjúkur 51 ára gamal. Lars Hedegaard

Alzheimerfelagið hevur sett sær sum mál í 2012 at stuðla hesum átakinum við at skipa fyri ráðstevnu og verða við í einum arbeiðsbólki um eina demensætlan við at fáa skipa demensin í Føroyum betur, og harvið varpa ljós á demensøkið við at verða sjónligari í miðlunum. Tey seinastu árini hava fakfólk og røktarstarvsfólk í Føroyum, sum eru um tann demensrakta, víst á, hvussu „vit eru um tann dementa“ við at síggja persónin fram um demensin, eitt menniskja við eini lívsøgu, sum síðani blívur ein dýrgripur í umsorganararbeið- inum. Harvið kunna vit í dag siga, at vit eru meira tilvitaði um, hvussu tey demens-raktu kunnu hava eitt meiningsfult lív, har hvør dagur gevur meining og innihald, hóast sjúkuna.

Felagið kemur eisini í samband við av- varðandi, og nógv vísa á, hvussu einsemi gerst teirra gerandisdagur. Ein kona segði frá, at tá maður hennara bleiv demens-sjúkur, broyttist samveran við teirra vinir. Hon heldur, at tey vistu ikki, hvussu tey skuldu vera saman við teimum. Tá maður- in bleiv dementur, føldist tað ikki rætt at koma saman longur. Nøkur børn siga frá somu støðu, har tey høvdu ynskt, at vinir og onnur vóru opnari, eftir at annað av teirra foreldru broyttist eftir at hava fingið sjúkuna. Visjónin hjá felagnum fyri 2012 er, at vit

Lív og heilsa

Vðvíkjandi demens

Árið 2012 er útnevnt at vera ár teirra eldru Halldis Joensen,

forkvinna í Altzheimerfelagnum

Page 7: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

7

Hagensen, sóknarprestur í Dalum, fer at tosa um týdningin hjá avvarðandi, tá ið sjúkan krevur stórar avgerðir. Hann er ein sera virkin prestur eisini í bólkum fyri avvarðandi hjá demensraktum, har tey fáa rúm fyri sorgini. Eitt sera spennandi prát, sum verður á pallinum, við Jóan Paula Joensen, fólkalívsfrøðing, Bente Kjær, forkvinnu í Økonomafelagi Føroya, har tey fara at tosa um “ta góðu máltíðina á eldru árum“. Hetta vóru so nakrir brellibitar úr skránni. Alzheimerfelagið hevur eisini verið partur av einum arbeiðsbólki, sum handaði landsstýrisfólkunum Anniku Olsen og Karstini Hansen eitt álit um eina demensætlan fyri allar Føroyar.

Hetta álitið vísir á at fáa demensøkini í Føroyum betur skipað, arbeiðsbólkurin vísir á, at komandi árini verður demens ein avbjóðing fyri samfelagið, tí framskrivingar vísa, at tað verða væl fleiri føroyingar við demensi, enn tað eru í dag. Avbjóðingin liggur í at fáa ta politisku skipanina,

fakfólk og avvarðandi at taka felags tøk, soleiðis at skapast kunnu tey neyðugu korini fyri hesi fólk.

Í hesi framferðarætlan verður tikið saman um møguleikar, sum eru í dag, víst verður á møguligar loysnir og lagt upp til ný- hugsan og nýbrot, soleiðis at vit tillaga okkara skipanir til ta sannroynd, at Føroyar eru eitt lítið samfelag, og at okkum tørvar serligar loysnir, sum taka atlit til hetta. Samstundis hevur lítla samfelagið nógvar fyrimunir, sum vit eiga at taka fatur í. Tað er viðhvørt hugagott at droyma seg burtur. Mínir dreymar fyri framtíðar Føroyar eru eitt samfelag, har tey, sum blíva førleika- skerd av demensi, fáa hjálp og stuðul frá degi „eitt“. Tá gerst lívið lættari hjá tí demensrakta og teimum avvarðandi við stjørnustundum, sum eru neyðugar fyri at liva. „Eitt virðuligt lív“ hóast sjúkuna.

Tað góða við dreyminum er, at vit í Føroyum eru gott á veg.

RættingViðvíkjandi myndini á forsíðuni á Sólsetur 29.

Tað eru nøkur, sum hava gjørt vart við, at tað er ikki Anna Joensen, Klaksvík, sum stendur sum nr. tvey á myndini, men Elsa Arason, Vágur. Hon var fyrsta forkvinna í Vágs Pensjónistafelag. Hetta váttar eisini sonur hennara, Jón Arason, sum býr á Eiði. Vit harmast um feilin.

Tað er at fegnast um, at lesarar av Sólsetur gera vart við skeivleikar ella feilir í blað-num, og heitt verður á allar lesarar um at siga frá hjá blaðnevndini, um okkurt er komið skeivt fyri. Blaðnevndin vil sjálvandi gera eitt so gott blað sum gjørligt, og tekur eisini fegin ímóti tilfari frá lesarunum. Nøvn og tlf. og teldupostadressa hjá blaðnevndini er at síggja aðrastaðni í blaðnum.

Blaðstjórin

Myndin verður prentað aftur her við teimum røttu nøvnunum.

Óli Dahl, KlaksvíkElsa Arason, VágurJóhannes Ravnsfjall, MiðvágurArnold Nielsen, TvøroyriMarit Matras Jacobsen, KlaksvíkSímun Pauli Poulsen, Fuglafjørður

Page 8: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

8

kýr og ofta eisini tarv. Rosa bant og seymaði mangt plaggið upp á húsfólkini, eins og hon bant nógv fyri onnur. Heilsuna hevur hon havt sjáldsama góða. Hon hevur ikki verið seingjarliggj- andi, síðan hon í 1959 átti sítt yngsta barn. Farin um tey 90 bant og heklaði hon enn jólagávur til øll ommu- og langommubørnini. Rosa býr framvegis heima, og hon er sjálvandi samlingspunktið í tí stóru familjuni. Hon er framúr skilagóð, fylgir væl við og minnist sjáldsama væl, og málsliga er hon ein dýrgripur. Børnini

100 ár og nýtist ikki heimahjálp, soleiðis stóð í einum blað um Rosu Højgaard, sum hevði føðingardag 3. desembur 2011. Føðingardagurin varð hildin hendan dagin í Leguhúsinum í Nesvík frá kl. 16, har ein fjøld av fólki nýttu høvi til at heilsa upp á føðingardagsbarnið. Hátíðarhaldið var væl skipað, tónleikabólkur setti sín dám á sam- veruna. Nógv umboð frá myndugleikunum vóru til steðar og fluttu fram røður, løg-maður og onnur umboð fyri landsmyndug- leikarnar, ríkisumboðið, borgarstjórin, av- varandi og onnur, eisini var ein heilsan frá drotningini, og gávur vóru handaðar. Borðreitt var við nógvum góðum mati. Alt hetta tók sína tíð, men føðingardagsbarnið var væl fyri og helt á til miðnátt. Sólsetur ynskir 100 ára gomlu Rosu Højgaard alt tað besta í komandi tíð.

100 ára føðingardagur

Rosa Højgaard, Skála

Leygardagin 3. desember 2011 varð Rosa Svanhilda Højgaard, f. Bjarnason, á Skála 100 ár. Rosa er fødd og uppvaksin í Knútshúsi á Skála, dóttir Nicolinu Mariu Jovinu Johannesen av Skála og Sigurður Bjarnason, ættaður av Norðfjørðinum (Neskaupstaði) í Íslandi. Sigurður kom saman við øðrum íslendingum til Føroya tíðliga í farnu øld at leggja føroyingum lag á at frysta sild. Rosa kom tó ongantíð at kenna pápa sín, tí longu áðrenn hon var ársgomul, doyði hann av lungnabruna. Rosa átti tvey systkin og tvey hálvsystkin, og hon er einsa- møll eftir á lívi. Sum ung fór Rosa út á Toftir at tæna, fyrst hjá Jóannesi og Katrinu á Líðarenda á Nesi, og síðan hjá Óla og Ingu Foldbo á Toftum. Eftir tað var hon eitt skeið á húsarhaldsskúla hjá frk. Nainu Scharlu Nielsen undir Kongaminni í Havn.

Á Toftum møtti hon manninum, Svend Sofus Højgaard, sonur Josefinu og Simon Højgaard, Símun í Rituvík nevndur. Svend róði út við pápanum og var til skips við beiggja sínum. Svend og Rosa giftust í 1934 og búsettust á Skála, har Svend fór at starvast á skipasmiðjuni. Í 1946 fór hann til Danmarkar at læra til kavara, og starv- aðist hann sum kavari í nógv ár. Eisini hevði hann bát og royndi m.a. eftir sild á Skálafjørðinum, fyrst við gørnum og seinni við nót. Svend gjørdist sjúkur og doyði longu í 1969, einans 54 ára gamal.

Eftirkomararnir eru ikki færri enn 111 í tali, 11 børn, har av 9 eru á lívi, 34 ommu- børn, 62 langommubørn og 4 oldurommu- børn. Rosa hevur havt eitt sera stórt hús. Longu í 1935 flutti mamman niðan til teirra at búgva, í 1939 flutti verfaðirin inn, og eitt langt skeið búði beiggin, Benadikt eisini hjá teimum, umframt at Rosa bar mostrini og mammubeiggjanum í Knútshúsi døgurða. Í nógv ár hevði hon konfirmantar búgvandi, onkuntíð 3 og 4 í senn. Símun var bóndi, so nógvur seyður og jørð vóru at passa, og gjøgnum nógv ár høvdu tey tvær

Page 9: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

9

Veitslan varð hildin á Hotel Føroyum leygar- dagin 1. okt. Tað vóru umleið 360, sum høvdu meldað seg til veitsluna, men tað vóru eini 380, tá farast skuldi til borðs. Tí máttu fleiri borð fáast til vega, hetta tók eitt sindur av tíð. Tá øll vóru sessast, tók formaðurin Arne Thorsteinsson orðið og bjóðaði øllum at vera vælkomin til hesa veitslu, sum sam- stundis var eitt 25 ára hátíðarhald fyri Landsfelag Pensjónista.

Borðstjóri var Heri Mørkøre, sum fekk seg royndan við at undirhalda, til maturin eitt sindur seinkaður kom á borðið, tað kláraði hann avbera væl við góðari hjálp frá tónleikarum og nógvum sangi. Aftaná tann góða matin helt Sigvald Kristiansen gesta-røðuna, sum snúði seg um tey 25 árini hjá Landsfelag pensjónista. Røðan kann lesast aðrastaðni í blaðnum. Inn ímillum sangir og prát helt Sofía Haraldsen, forkvinna í Vága Pensjónistafelag, røðu, og handaði formanninum gávu til Landsfelagið. Eisini helt Petricia Christiansen úr Nólsoy, ættað av Skála, røðu, har hon bar saman tíðina, tá hon var barn, og tíðina nú, og vísti á stóra munin á livikorum og livihátti hetta tíðarskeið í landi okkara.

Ársveitslan 2011

Frá borðhaldinum

Formaðurin Arne Thorsteinsson

Heri Mørkøre, fundarstjóri og konan

Page 10: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

10

Lutaseðlasølan gekk væl, og aftaná borðhaldið varð farið upp á gólv uttan fyri veitsluhøllina, har Petur Skeel og Tøkum Lætt skipaðu, inntil nøkur borð vóru ruddaði burtur og Jassar spældu til enskan dans inni í veitsluhøllini, har gott pláss var tá. Lagið var gott á fólki, og veitslan helt á til aftaná miðnátt.

Veitsluhøllin á Hotel Føroyum er nú við at vera ov lítil til ársveitsluna. Fólk sita ikki væl allastaðni, tá tað er so trongligt, og so er eisini nakað myrkt og ring ljóðgóðska summastaðni, so tað tekur nakað av gleðini hjá nøkrum at vera við á slíkari veitslu. Leiðslan á hotellinum er heldur ikki longur hugað til framyvir at taka restauratiónina uppí veitsluhøllina. Lands- felagið hevur havt nógvar stak góðar veitslur har og fingið góða tænastu, sum takkað verður fyri, men nú verður um- hugsað at flyta til annað hóskiligt veitslu- høli komandi ár.

Her eru nakrar myndir frá veitsluni, sum Árni Johannesen hevur tikið.

Sigvald Kristiansen

Nevndarlimir Finnur Johansen og Inna Nattestad

Ein fyrrverandi formaður Tómas Tómasson og konan

Nevndin fyri Landsfelag Pensjónista boðar frá:

Aðalfundur Landsfelagsins verður miku-dagin 2. mai 2012 á Hotel Hafnia sum vant. Mint verður á, at uppskot til aðalfundin skulu vera nevndin í hendi í seinasta lagi 15. apríl 2012. Annars verður lýsing í bløðunum, og feløgini fáa eisini bræv í góðari tíð um alt viðvíkjandi aðalfundinum.

Eldradagurin er ásettur at vera leygar- dagin 19. mai 2012 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Nærri boð um hetta verða send feløgunum og lýst í bløðunum.

Ársveitslan verður leygardagin 29. sept. 2012 í Dansifrøi í Gundadali í Havn. Nærri frættist eisini um hetta.

Komandi tiltøk

Page 11: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

11

Eldrafelagið Hugni 40 ár

Frá hátíðarhaldinum

22.10. 2011 hátíðarhelt elsta eldra- felag í Føroyum sín 40 ára stovningar-dag við eini veitslu í Skálanum Í Klaks-vík, har umboð fyri flestu eldrafeløg í landinum vóru umboðaði. Borðreitt var við nógvum góðum mati, nógvar røður vórðu hildnar og gávur handaðar. Forkvinna er Alma Petersen.

Eldrafelagið Kumla á Skála, sum er 20 ár yngri, var eisini við til hátíðarhaldið, og for-maðurin bar fram hesa heilsan til Hugna:

Eg vil fegin vegna Eldrafelagið Kumlá og meg sjálvan ynskja Eldrafelagnum Hugna hjartaliga tillukku við 40 ára degnum. Takk fyri, at okkara nevnd er boðin við til hetta hátíðarhald. Hetta er ein merkisdagur í søguni hjá eldrafeløgum í Føroyum, tí hetta er fyrsta felag av sínum slag her á landi, og vóru tit einsamalt eldrafelag í 5 ár.

Endamálið hjá einum slíkum felag er at savna limirnar til gamans og álvara, sum tað stendur í endamálsgreinini hjá nógvum eldrafeløgum, men ikki bara tað. Ein átrokandi uppgáva er at tala søk teirra eldru. Ikki bara hjá teimum, sum kunnu møta upp til fundir og samkomur, men so

sanniliga eisini hjá teimum veiku, sum ikki sjálv eru før fyri at gera vart við seg.

40 ár er eitt stutt tíðarskeið, sætt í mun til so nógv annað, og ringt er at meta um, hvønn týdning hetta felag hevur havt fyri eldraøkið í Føroyum, men eg haldi, at hetta hevur verið slóðbrótandi fyri tað, sum er hent á eldraøkinum hesi seinastu 40 árini. Tankar um batar á ymiskum økjum í sam- felagnum koma ofta frá einstaklingum ella feløgum. Einstaklingurin er ofta ein kvinna. Anna Joensen fekk í lag at stovna tykkara felag, hon hevur sæð ein tørv her. Hon var sjúkrasystur og hevur eisini saman við felagnum sæð ein upp aftur størri tørv viðvíkjandi umsorgan fyri óhjálpnum eldri.

Fyri 40 árum síðani var einki røktarheim ella sambýli í Føroyum, bert eitt ellisheim í Havn við eini 20 búplássum, tað kom 35 ár frammanundan og fekk ikki góða undir-tøku frá myndugleikunum. Tað var av síni samtíð hildið fremmandur fuglur at vera, sum ikki samsvaraði korini hjá vanliga føroyinginum, stendur í bók um Ellis- heimið í Havn. Í hesi 40 árini, sum eru gingin, síðani tykkara felag varð stovnað, eru komin 13 røktarheim og 17 sambýlir

Page 12: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

í húsum felagsins. Húsini verða annars ofta útleiga til fundir og smærri veitslur og samkomir og valhøli. Limatalið er í løtuni 77.

Endamálið hjá einum slíkum felag er at savna limirnar til gamans og álvara, sum tað stendur í endamálsgreinini hjá nógvum eldrafeløgum, men ikki bara tað. Ein átrokandi uppgáva er at tala søk teirra eldru. Ikki bara hjá teimum, sum kunnu møta upp til fundir, men so sanniliga eisini hjá teimum veiku, sum ikki sjálv eru før fyri at gera vart við seg. Av tí at vit væntaðu nógv fólk til hetta jólahald og hátíðarhald, fór ikki at vera pláss í okkara egnu hølum, so vit bóðu kommununa um loyvi til at brúka bygdasalin í ítróttarhøllini til veitslu- haldið, og tað var gaman í, og tað skuldi einki kosta.

Kvinnurnar í nevndini høvdu fyrireika borðhaldið væl við hugnaligum og vøkrum jólaligum borðpynti og góðum mati.

Høvuðsrøðari var Jógvan Fríðriksson, bispur, sum hugleiddi um barnið, tey eldru og lívsvirðini.

Ásbjørn Berthelsen, lærari, undirhelt við

við umleið 500 búplássum tilsamans. Hetta hevur verið ein ómetaliga stórur útviklingur á hesum økinum hetta stutta tíðarskeið.

Eg sigi ikki, at tit einsamøll hava æruna av hesum, men tað er einki at ivast í, at stovnaðin av Klaksvíkar Pensjónistafelag, sum tað tá kallaðist, hevur verið neistin, sum kveikti lív í og setti í gongd nógv av tí, sum síðani er hent á eldraøkinum. Nú eru 15 eldrafeløg í Føroyum, tey eru ein sjónligur og sjálvsagdur partur í sam- felagnum.

Eg havi kent fleiri av nevndarlimunum í tykkara felag gjøgnum tey seinastu

12

árini, nøkur hava eisini verið nevnd- arlimir í Landsfelagnum, har ímillum Alma Petersen, núverandi formaður ella for- kvinna, sum tað nú eitur, í Eldrafelagnum Hugna. Alma er dynamisk og arbeiðir fyri sakini, hon sigur tað, sum hon meinar, og hon hevur nógvar góðar meiningar.

Við hesum orðum fari eg enn eina ferð at ynskja tykkum tillukku við 40 ára degnum og góða eydnu framyvir við tí arbeiði, sum tit gera til gagns og gleði fyri limirnar, eitt arbeiði, sum hevur eitt gott og jaligt árin á alt eldraøkið.

Sigvald Kristiansen

Eldrafelagið Kumlá 20 ár Eldrafelagið Kumlá plagar á fundinum í desembur at hava eitt jólahald fyri limir-nar, har tað verður gjørt eitt sindur meira burturúr enn vanlig fundarkvøld. Av tí at felagið verður 20 ár, varð avgjørt at gera uppaftur meira burturúr við at bjóða øllum yvir 60 ár á Skála og í Skálafirði við til hetta hátíðarhaldið fyri at gera vart við, at tað er eitt eldrafelag til her í bygdini, har sjálvandi øll yvir 60 ár eru vælkomin til at gerast limir. Pensjónistafelagið í Skála sókn varð stovnað 15. febr. 1992. Tað var Reinhold Rasmussen, sum fekk hetta í lag. Tað skal ikki gerast nógv burtur úr byrjan- ini her, bert nevnast, at tað vóru nógv góð fólk rundan um Reinhold, sum fingu gongd á felagið, sum tá var tað yngsta pensjónista- felag av 14. Síðani er bara eitt komið aftur- at. Eldrafeløg eru ikki gomul í Føroyum, tað elsta er 40 ár, tað yngsta er 2 ár. Felagið húsaðist tey fyrstu árini í skúlanum inntil 1997, tá felagið keypti húsini, har vit nú halda til. Í 2002 broytti felagið navn til Eldrafelagið Kumlá. Vanligir fundir verða hildnir annan hvønn týsdag og bingo somu- leiðis annan hvønn týsdag vetrahálvárið

Page 13: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

sínum frálíka gyklikynstri, sum stuttleikaði og undraði og fekk láturin at runga. Hann legði dent á, at gykl er ikki tað sama sum gandur.

Hallgrím Johannesen, fyrrverandi lærari, las undirhaldandi søgu. Inn í millum varð sungið úr jólahefti, og til seinast varð jóla- evangeliið lisið.

Eitt sera hugnaligt kvøld, sum øll vóru takksom fyri. Fleiri meldaðu seg inn í felagið sum nýggir limir.

Sigvald Kristiansen

13

Hallgrím lesur søgu

Ásbjørn sigur, at gykl er ikki gandur

Bispur hugleiðir

Nøkur pensjónistafeløg skipa fyri uttan-landaferðum um summarið, sum limir í øðrum feløgum eisini kundu fingið gleði av, um eyka pláss var fyri onkrum. Ikki øll vita av hesum, tí hevði tað verið gott, um slík tiltøk vórðu lýst í Sólsetur í góðari tíð.

Smyril Line skipar fyri bíligum ferðum fyri pensjónistar og sendir lýsingar út til feløgini um hetta.

Háskúlin skipar fyri pensjónistaskeiðum, sum eru sera áhugaverd, lýsingar um hetta síggjast í bløðunum.

Eru onnur tiltøk fyri pensjónistar, sum blaðnevndin ikki veit um, so eru vit fegin um at frætta nærri, so vit kunnu bera boðini víðari.

SK

Ymisk tiltøk

Page 14: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

14

kemur frá teimum stóru inntøkunum frá kraftverkinum.

Frá Modalen fóru vit við bussu aftur til Bergen. Vit koyrdu gjøgnum „Trøllalandið“, har vóru nógv trø, sum líktust trøllum. Vit steðgaðu á at taka myndir og at heinta bláber. Har var ovurmikið av bláberum til tann, sum tímdi at henta. Vit koyrdu gjøgn- um eitt landslag, har mangan var langt ímillum húsini. Eisini koyrdu vit gjøgnum nógv berghol, meini tey vóru 40 frá Mod- alen til Bergen.

Mikudagin varð farið í ymsar ættir. Frá gamlari tíð hevur Bergen verið ein handils- og mentanarbýur. Eisini í dag er eitt stórt úrval av handlum og har eru fleiri stór handilssentur. Eisini vóru fleiri handlar við antikvitetum.

Um kvøldið varð farið út at spáka ein túr og hyggja eftir húsunum. Mong av teimum smáu træhúsunum, niðan eftir fjalla- síðuni, eru frá 17-1800 talinum. Tey eru seinastu árini blivin umvæld.

So varð farið aftur á hotellið at hugna sær við kortspæli ella stokkum. Har stóð altíð kaffi, te og kakao at njóta ókeypis.

Veðrið var Bergensveður, regnæl allar dagarnar, uttan týsdagin, tá var av allar- fagrasta veðri.

Vit vóru sera væl nøgdar við hesar fýra dagarnar. Bergen bjóðar uppá eitt sindur av hvørjum, men nakað fyri øll.

Pensjónistar úr Vágum

Frá Vága Pensjónistafelag Sunnudagin 21. august vóru vit 10 kvinn- ur úr Vága pensiónistafelag, ið fóru til Bergen. Tað var av besta veðri at flúgva. Eitt sindur av sirmi í Vágum. Eitt sindur av sirmi, tá ið vit lendu.

Vit búðu á Thon Hotel, beint við Bergen- hus og Bryggen, eitt hugnaligt hotell, liggur væl fyri, bæði hvat viðvíkir handlum og matstøðum.

Vit høvdu tvær fastar útferðir. Tann eina dagin fóru vit á „Fløyen“, ið liggur 150 metrar frá ”Fisketorvet”. Fløyenbanin er ein bani við einum lítlum toki, sum koyrir niðan á fjallið Fløyen. Túrurin upp tekur 6 minuttir, og er í sær sjálvum ein uppliving. Á toppinum, sum er 320 metrar yvir havin- um, er eitt fantastiskt útsýni. Á Fløyen er ein góð matstova, so har fingu vit okkum ein kopp av kaffi og okkurt gott afturvið. Ein koppur av kaffi kostar 35 kr, ein fløska av vatni kostaði millum 18 og 34 kr, so tað er dýrt í Noregi.

Dagin eftir varð farið til Modalen. Fínasta veður allan dagin. Vit fóru við báti úr Bergen og sigldu so inn gjøgnum Oster- fjorden, ein fjørður, sum gjørdist smalri og smalri og fjøllini hægri og hægri. Vit steðg- aðu við ein stóran foss, sum rennur á sjógv. Har setti ein av manningini eina spann undir fossin, og so fingu vit smakkað reint fossavatn. Vit hildu fram, til vit komu inn í Modalen, uml. 1½ tíma at sigla frá Bergen. Modalen er minsta kommuna í Noregi, har búgva uml. 350 fólk. Tey hava egið elverk, har eru nógvir fossar og áir, so vatn til elkraft trýtur ikki. Sum fyrsta kommuna í Noregi hevur Modalen boðið sínum borgarum ókeypis tráðleyst inter-netsamband. Kommunan var eisini tann fyrsta at keypa teldur til allar skúla- næmingarnar longu í 1993.

Har var ómetaliga náttúruvakurt, góð støð at fiska og til gongutúrar. Har var eisini eitt gott matstað við bowlinghøll, og har var svimjihøll. Peningur til alt hetta

Page 15: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

15

Eldrafelagið Kumlá útferð Eldrafelagið Kumlá á Skála fór stutt eftir at fundarvirksemið varð uppafturtikið tíðliga síðsta heyst ein túr vestur í Vágar at síggja krígssavnið. Hetta var ein dagur mitt í viku, vit vóru 40 pensjónistar, har næstan allir hava upplivað nøkur av krígsárunum, og fleiri av teimum øll fimm árini og minn- ast tey væl.

Vit fóru av stað á miðdegi við bussi og fingu okkum fyrst ein góðan bita á Hotel Vágar, áðrenn vit møttu upp á krígssavnin- um kl 15, har Jóhan Karl Nielsen tók ímóti okkum og greiddi væl og virðiliga frá søguni um savnið, um lutirnar har og um hend- ingar frá krígnum. Í heilar tveir tímar for-taldi hann fyri okkum um tað, sum var at síggja har.

Tá krígssavnið varð sett á stovn fyri fáum árum síðani, áttu teir ongan lut. Nú høvdu teir yvir 1000 skrásettar lutir, og tað koma nýggir lutir so at siga hvønn dag til savnið, so tey kunnu ikki vera annað enn nøgd við ta undirtøku, sum fólk hava víst savninum. Eisini nøkur úr okkara hópi søgdu seg hava lutir, sum tey vildu lata til savnið. Jóhan Karl skrivaði upp og var sera fegin um áhugan, sum fólk av Skála vístu, sjálv- ur var hann føddur á Skála, har pápi han-sara arbeiddi sum kavari tá.

Krígssavnið heldur til í bygninginum hjá Bónus í Miðvági, men fer at flyta til bygningin við flogvøllin, har militerið hevði sína fjarskiftis miðstøð undir krígnum, og sum hevur verið brúkt til garasju ella annað síðani tá, men nú fer at koma til sín rætt og vera krígssavn.

Sigvald Kristiansen

Anna Amdreasen sigur frá onkrari hending, meðan koyrt verður.

Partur av krígssavninum, á lítlari mynd eru Anna og Alexander Todd av Skála.

Nógv ymiskt at síggja á savninum.

Page 16: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

16

Tað finnast nógv feløg, sum eru stovnað fyri at stuðla serligum áhugamálum hjá ávísum bólkum. Fara vit 100 ár aftur í tíðina ella meira, so finna vit feløg á ymiskum økjum: politisk feløg, ítróttar- feløg, ungmannafeløg, sangfeløg, átrúnað- arlig feløg, avhaldsfeløg, fakfeløg innan ymisk arbeiðsøkir, so sum arbeiðsmanna-feløg og fiskimannafeløg og reiðarafeløg og bóndafeløg og ivaleyst nógv onnur.

Fyrsta pensjónistafelag varð stovnað í 1971. Tað eru sostatt bert 40 ár, síðani bólkar av pensjónistum byrjaðu at skipa seg í feløg, helst tí at grannalond okkara hava havt slík feløg, og onkur hevur sæð tørv á hesum eisini her hjá okkum. Pensjónista hugtakið er ikki meira enn góða hálva øld gamalt hjá okkum, fólka-pensjónin kom í 1958-59, áðrenn tað var ellisrentan, sum man kortini ikki tosaði so hart um. Men tá fólkapensjónin kom, sum øll fingu, tá var tað eingin skomm at fáa pensjón og kalla seg fólkapensjónist.

Tað var Anna Joensen, sjúkrasystir, sum í 1971 tók stig til stovnan av tí fyrsta pensjónistafelagnum í Føroyum , tað var í Klaksvík, har tey fara at halda 40 ára føðingardag í hesum mánaði. 5 ár seinni í 1976 varð næsta pensjónistafelag stovnað í Havn. Stigtakarin til hetta felag var Thomas Pauli Christiansen. Triðja og fjórða pensjónistafeløg komu so aftur 5 ár seinni, ávíkavist í Miðvági, har Jóhannes Ravnsfjall var formaður, og á Tvøroyri, har Arnold Nielsen var formaður. Næsta 5 ára skeið komu 5 feløg afturat: í Skopun, í Vestmanna, í Sundalagnum, í Fuglafirði, har Símun Pauli Poulsen var formaður, og í Vági, har Elsa Arason var forkvinna. Nú eru tað 9 pensjónistafeløg, og vit eru komin fram til 1985.

Gestarøða á ársveitsluni 2011

Landsfelag Pensjónista 25 ár

Sigvald Kristiansen

Tað hevur hesi árini verið tosað nógv millum feløgini at stovna eitt meginfelag fyri pensjónistafeløgini. So vítt eg veit hevur sama Anna Joensen úr Klaksvík borið hetta upp á mál fleiri ferðir við Arnold Nielsen av Tvøroyri og onnur feløg, uttan at nakað kom burtur úr. Í 1986 setti nevndin í Fuglafjarðar Pensjónistafelag, sum tá bert var eitt ára gamalt, fram upp-skot um at stovna eitt landsfelag. Símun Pauli Poulsen setti seg beinan vegin í sam-band við Onnu Joensen og Arnold Nielsen, og samdust hesi trý um at kalla saman til fundar á Hotel Hafnia um hetta mál. Tey feløg, sum møttu, vóru øll samd um at stovna eitt landsfelag uttan Pensjónistafe-lagið í Havn. Hesin fundur álegði Arnold Nielsen og Símun P. Poulsen at smíða eina lóg fyri eitt landsfelag. Síðani varð boðað til stovnandi aðalfund 24. okt. 1986. Felagið varð stovnað, lógirnar góðkendar, og felagið fekk navnið Landsfelag Pensjónistanna. Í nevndina komu 6 fólk: Arnold Nielsen, Tvøroyri, Símun Pauli Poulsen, Fugla-fjørður, Óli Dahl, Klaksvík, Marit Matras Jacobsen, Klaksvík, Jóhannes Ravnsfjall, Miðvágur, og Elsa Arason, Vágur. Fyrsti formaður gjørdist Arnold Nielsen av Tvøroyri. Av hesum 6 er bara Símun Pauli Poulsen úr Fuglafirði eftir á lívi. Viðmerkjast skal, at Pensjónistafelagið í Havn gjørdist limur í Landsfelagnum 5 ár seinni í 1991, og eru øll pensjónistafeløg og eldrafeløg,

Page 17: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

gaard, Eiði, næstforkvinna, Alma Petersen, Klaksvík, Inna Nattestad, Miðvágur, og Finnur Johansen, Tórshavn. Eykalimir eru Hans Marius Joensen, Skopun, og Árni Johannesen, Tórshavn. Sum vit síggja hava øll økir í landinum havt umboðan í nevndini í Landsfelagnum gjøgnum árini.

Hesi 25 árini hava formenninir verið: Arnold Nielsen, Tvøroyri, 5 ár, Brynjálvur Borðoy, Norðskála, 2 ár, Albin Vang, Miðvágur, 4 ár, Regin Thomsen, Tórshavn, 1 ár, Tómas Tómasson, Søldarfjørður, 6 ár, Niclas Akraberg Poulsen, Porkeri, 5 ár, og Sigvald Kristiansen, Skála, 2 ár.

Umframt hesi, sum nevnd eru, hava verið nógv onnur, sum hava mannað nevndina í Landsfelagnum, somuleiðis eisini nógvir eykalimir. Ikki ber til at nevna øll. Tað fíggjarligu støðuna hevði onkur nevndarlimur ábyrgdina av í fyrstani, Jóhan Hansen, Runavík, var ein, hann var kassameistari í nógv ár, síðani hevur felag- ið valt kassameistara uttanfyri nevndina. Ejler B. Viderø, Tórshavn, var soleiðis kasameistari eitt langt tíðarskeið, nú hevur Fía Selma Nielsen, Sandavágur, verið kassa-meistari í nøkur ár.

Landsfelagið hevur havt ymisk nøvn. Fyrst kallaðist tað Landsfelag Pensjónist- anna, eitt styttri tíðarskeið varð tað kallað Eldrafelag Føroya, men síðani 2005 hevur navnið verið Landsfelag Pensjónista.

Landsfelag Pensjónista er meginfelag fyri øll eldra- og pensjónistafeløg í Føroyum. Endamálið er at arbeiða fyri áhugamálum hjá pensjónistum, men er óheft av parta- politikki og átrúnaðarligum málum Við- tøkurnar hava verið fleiri gjøgnum árini, seinasta broyting er framd í 2008.

Landsfelagið hevur havt nógv mál um hendi gjøgnum árini. Eitt mál, sum felagið arbeiddi nógv við í fyrstani, var at fáa sett á stovn eitt eldraráð fyri Føroyar. Hetta mál var fyri hjá fleiri landsstýrisfólkum, og í jan. 1995 hevur Andreas Petersen undir-skrivað reglugerð fyri Eldraráð. Í mars 1998 hevur Óli Jacobsen sett sítt navn undir nýggja reglugerð fyri Eldraráðið, sum er landsstýrismanninum í almanna- og

sum eru komin síðani, limir í Landsfelag-num. Ein mynd er av fyrstu nevndini á forsíðuni á Sólsetur nr. 29. Tíverri er ein feilur íkomin: Kvinnan nr. tvey á myndini er ikki Anna Joensen, Klaksvík, men Elsa Arason, Vágur. Hvussu nógvir limir hava verið í teimum 8 feløgum, sum Lands- felagið umboðaði í 1986, havi eg ikki funnið fram til.

Í 1996, 10 ár aftaná stovnanina, eru 14 pensjónistafeløg við 1183 limum. Ein mynd er eisini í blaðnum av nevndini hetta árið, tá eru bert 3 limir í nevndini: Albin Vang, Miðvágur, formaður, Schønning Eysturoy, Tórshavn, næstformaður, og Símun Pauli Poulsen, Fuglafjørður, skrivari. Av teimum er eisini bara Símun P. Poulsen á lívi.

Í 2006, aftur 10 seinni, hevur Lands- felagið eina 5-mannanevnd, 13 feløg eru umboðaði við 1104 limum. Hetta árið leggur Símun Pauli Poulsen frá sær 82 ára gamal eftir at hava sitið sum nevndarlimur og skrivari í Landsfelagnum í 20 ár. Nevnd- in hetta árið var: Niclas Akraberg Poulsen, Porkeri, formaður, Sigvald Kristiansen, Skála, næstformaður, Inna Nattestad, Miðvágur, Mikkjal á Bergi, Klaksvík, og Selma Gaard, Tórshavn. Uttanfyri nevndi-na varð Ingrid Henriksen vald sum skrivari og ráðgevari hjá Landsfelagnum, og hevur verið tað síðani.

Og nú í 2011, 25 ár aftaná stovnanina, eru 15 feløg umboðaði í Landsfelagnum, Eldrafelagið á Eiði er tað síðsta, bert 2 ára gamalt, og limatalið er nú komið upp á 1625, so her hevur verið stórur vøkstur seinastu 5 árini. Hetta er umleið 27 % av pensjónistum í Føroyum. Tað hevur eisini verið eitt stórt ynski hjá Landsfelagnum at fingið sett fleiri eldrafeløg á stovn og harvið økt limatalið. Eftir viðtøkunum kunnu eisini yrkispensjónistafeløg gerast limir. Um slík feløg gjørdu brúk av hesum møgu-leika, vildi tað styrkt Landsfelagið, sum arbeiðir fyri allar pensjónistar, óansæð um teir eru skrásettir limir í nøkrum felagið ella ikki. Tað eru framvegis 5 nevndarlimir, og núverandi nevnd er: Arne Thorsteins-son, Tórshavn, formaður, Elisabeth Ellings-

17

Page 18: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

ráðharrar í donsku stjórnini, eisini til ser- kønar løgfrøðingar við danskan lærdan háskúla. Tað stutta av tí langa var, at skuldi Landsfelagið gera meira við hetta mál, so mátti sak leggjast móti landsstýrinum. Tað hevði Landsfelagið hvørki hug ella ráð til, sostatt endaði hetta drúgva mál úrslita-leyst.

Landsfelagið hevur havt eitt gott sam- arbeiði við pensjónistafeløg í hinum Norður-londum ígjøgnum Nordisk Samarbets Komité, NSK kallað, í nogv ár. Fundir eru í teimum ymisku londunum tvær ferðir um árið, har tvey umboð frá Landsfelagnum eru við. Í Føroyum hava slíkir fundir verið 4 ferðir, seinast í mai í ár. Landsfelagið er eisini ígjøgnum norðurlendska felags- skapin komið upp í ein annan europeiskan pensjónistafelagsskap, sum eitur AGE, har Landsfelagið varð umboðað fyrstu ferð á fundi í Brussell í fjør.

Landsfelagið hevur havt eitt ávíst samar-beiði við Føroya Kommunufelag við tað, at tað hevur verið við í eini verkætlan um eldrapolitikk í nøkrum kommunum í okkara grannalondum. Vit hava í ein vissan mun gjørt brúk av teirra heimasíðu. Nú hendan verkætlan er lokin, hava vit yvirtikið heimasíðuna www.eldri.fo , sum núverandi formaður Arne Thorsteinsson tekur sær av. Í hesum sambandi hevur hann fyri Landsfelagið undirvíst pensjónistum í teldu- brúki, og heldur hendan frálæra fram innan kvøldskúlaundirvísing, har ynski er um tað.

Tað hevur í nogv ár verið í umbúna at endurskoða pensjónsviðurskiftini hjá fólka- pensjónistum. Fólkapensjónin hevur nær- mast staðið í stað tey seinastu 10-12 árini, hetta hevur Landsfelagið gjørt vart við í áravís. Ein politiskur fylgibólkur hevur arbeitt við einum uppskoti um eina pensjónsnýskipan, og hevur Landsfelagið saman við øðrum áhugabólkum fingið hesi uppskot og broytingar av teimum til hoyring- ar. Landsfelagið hevur við sínum við-merkingum roynt at ávirka lógaruppskotið, soleiðis at fólkapensjónin verður varðveidd til frama fyri núverandi pensjónistar og

heilsumálum ráðgevandi í málum við- víkjandi eldri. Landsfelagið kom at hava fleiri limir í hesum ráð, harímillum eisini skrivaran. Eldraráðið kom at hava ein stóran leiklut í tiltøkum í samband við eldraárið í 1999, og arbeiddi annars nógv við bústaðarviðurskiftum hjá teimum eldru. Eldraráðið varð avtikið í 2004 eftir boðum frá Hans Paula Strøm, og ráðleggingar- uppgávurnar, sum Eldraráðið hevði havt, vórðu fluttar til Landsfelag Pensjónista.

Landsfelagið fekk í lag eina vitjanar- tænastu í 1991 og stovnaði saman við Reyða Krossi Vitjunartænastu Føroya í 1993. Hetta samarbeiði gekk ikki so væl sum frá leið og helt uppat í 2001, mest tí at hin parturin setti ávísar treytir við, hvussu farast skuldi fram í hesi tænastu, men sum Landsfelagið ikki kundi góðtaka. Síðani hevur Landsfelagið ikki havt nakra skipaða vitjanartænastu, men eggjar sínum lima- feløgum við teirra limum av sínum ein- tingum at vitja onnur eldri, har tørvur er á tí, uttan at hetta skal skrásetast á nakran hátt.

Landsfelagið fekk sítt egna flagg í 2004 við logo, teknað av Arnbjørn Kristiansen og seymað á danskari flaggfabrikk. Ætlanin er, at tað skal veittra har, sum Landsfelagið hevur síni tiltøk.

Eitt mál, sum hevur upptikið nevndina í Landsfelagnum nógv í fleiri ár er tað sokallaða pensjónsmálið. Fleiri køn fólk við skili fyri viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark gjørdu Landsfelagið vart við, at føroyskir pensjónistar høvdu rætt til eitt ískoyti til fólkapensjónina úr ríkisveiting- ini. Spurningar hesum viðvíkjandi vóru settir til okkara fólkavaldu, til landsstýris-fólk og løgmann. Nevndin fekk at vita, at tá ríkisveitingin varð umskipað til blokk- stuðul í 1993 fekk føroyska stjórnin fríari teymar at skifta sundur ríkisstuðulin, sum tað stendur í brævi til nevndina, og hervið fór onnur lóg frá 1987 „om tilskud til Færøernes hjemmestyre“ úr gildi. Nevndin var ikki nøgd við hetta svar, og málið varð sent víðari til løgtingsins umboðsmann, síðani til ríkisumboðið og víðari til

18

Page 19: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

Arbeiðsumstøðurnar hava ikki altíð verið so góðar hjá Landsfelagnum. Í teimum fyrstu viðtøkunum stendur í fyrsta paragraffi, at felagið hevur heimstað, har formaðurin býr. Skrivstovan var har, sum skrivarin búði. Síðani 2006 hevur Landsfelagið leigað sær hølir í Tórshavn og sett ein fastan skrivara, hetta hevur lætt ómetaliga nógv um arbeiðið hjá nevndini í Landsfelagnum. Landsfelagið er á fíggjarlógini og fær árliga 250.000 kr. til sítt virksemi. Sum tað skilst av tí, sum sagt er, so er hetta virksemið rættiliga fjølbroytt, tað krevur nógva tíð og orku hjá nevndarlimunum, sum skulu gera arbeiðið. Nevndin fær fundarpening, og ferðaútreiðslurnar endurgoldnar, men onga løn sum so. Raksturin hevur borið seg, av tí at yvirskot hevur verið á teimum tiltøkum, sum Landsfelagið hevur skipað fyri. Nevndin hevur hildið, at hetta er eitt sindur órímiligt. Um størri játtan fekst, so kundu hesi tiltøk verið bíligari fyri limirnar og til gleði fyri enn fleiri limir. Tað, sum eisini kostar, eru teir nógvu fundirnir um mál, sum koma til hoyringar, og sum tað er álagt Landsfelagnum at ráðgeva myndug- leikunum um. Landsfelagið hevur tí søkt um størri játtan á fíggjarlógini tey seinastu tvey árini, men umsóknin er higartil ikki gingin á møti.

Tað skal til seinast nevnast, at Lands- felagið eisini hevur havt sínar trupulleikar at dragast við hesi 25 árini, bæði innan- hýsis í nevndini og mótvegis limafeløgum. Hetta hevur kortini ikki tarnað virksemi-num hjá Landsfelagnum, tí við góðari hand- faring av trupulleikunum er altíð ein loysn funnin, sum hevur gjørt tað møguligt at koma víðari og mennast, og ynskjast má, at Landsfelagið framvegis verður eitt sterkt felag, sum altíð fer at tala sak pensjónist- anna.

Men nú skulu vit gleðast um okkara góða Landsfelag, at tað hevur klárað seg so væl hesi fyrstu 25 árini, og við hesum orðum fari eg at ynskja Landsfelag Pensjón- ista hjartaliga tillukku og góðan byr framyvir.

teimum, sum koma at liva undir eini slíkari lóg í framtíðini.

Landsfelagið hevur annars gjørt vart við nógv átrokandi mál á eldraøkinum. Eitt er heimahjálpin, sum var ein góð skipan frá fyrstani av, men sum ikki hevur livað upp til sítt endamál tey seinnu nógva árini. Annað er tørvurin á búplássum hjá óhjálp-num bæði á sambýlum og røktarheimum, sum enn ikki er nøktaður. Tiltøk til frama fyri heilsuna hjá teimum eldru er nakað, sum Landsfelagið eisini metir høgt, og var tað Landsfelagnum fyri at takka, at fría vak-sinasjónin fyri influensa kom í gildi fyri pensjónistar fyri nøkrum árum síðani. Tað sama kann sigast um kanningina av livikor- unum hjá fólkapensjónistum, sum kom í fjør.

Landsfelagið leggur dent á at hava eitt gott samskifti við limafeløgini. Tí verður skipað fyri einum árligum fundi, einum sokallaðum formansfundi, har leiðslurnar fyri lokalfeløgini hittast fyri at fáa kunning um tað, sum Landsfelagið arbeiðir við, og har feløgini kunna koma við hugskotum og spurningum. Hetta er umframt aðalfundin, sum hevur sína føstu skrá. Eisini vitjar Landsfelagið nøkur feløg hvørt ár at kunna seg um viðurskiftini og fáa eitt orðaskifti í lag við limirnar. Umframt alt hetta skipar Landsfelagið saman við einum lokalfelagi fyri einum eldradegi á hvørjum ári, hetta er fyri allar pensjónistar, og skift verður millum tey ymisku økini í landinum. Lands- felagið skipar eisini fyri einari veitslu sum hesari á hvørjum ári fyri limirnar í feløgu-num. Øll hesi ymisku tiltøkini hava fingið stak góða undirtøku hesi seinnu árini, og vísir tað bara, at limirnir taka undir við tí arbeiði, sum Landsfelagið ger. Umframt alt hetta sendir Landsfelagið kunnandi brøv út til limafeløgini, og hevur síðani 1996 givið út blaðið Sólsetur, sum verður sent øllum limunum. So tað kann sigast, at samskiftið millum Landsfelagið og limirnar er raðfest høgt. Tað skal nevnast her, at limafeløgini hava sínar egnu viðtøkur, sum Landsfelagið ikki blandar seg uppí, men hinvegin verður kravt, at limafeløgini góðtaka viðtøkur Lands- felagsins.

19

Page 20: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

20

Landsfelag Pensjónista

Ársroknskapur 2011

INNTØKURLandskassastudningur 250.000,00Limagjøld 15.400,00Rentuinntøkur 169,76Ársveitslan 10.570,50Eldradagur 12.352,64 Inntøkur í alt ............................................................ Kr. 288.492,90

ÚTREIÐSLURLønarútreiðslur 27.600,00Fundarpeningur 24.900,00Nevndarútreiðslur 26.733,15Grannskoðan 4.250,00Húsaleiga 33.000,00Aðalfundur 6.212,50Skrivstovuhald 14.465,15Postgjald 4.154,00Telefon 14.192,41Lýsingar 10.080,00Blaðið Sólsetur 67.522,25Nordisk samarbetskommitéen 6.176,67Gávur og heiðursmerki 790.00Arbeiðsmarknaðargjøld 9.262.90Skeið 25.842,00Bankakostnaður 2.041,00

Útreiðslur í alt ........................................................... Kr. 277.222,03

Úrslit 2011 ................................................................ Kr. 11.270,87

Page 21: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

21

Landsfelag Pensjónista

Fíggjarstøða 31.12.2011

OGNInnistøðaBankNordik 6.064.04Eik Banki Føroya1300433 17.787.78Eik Banki Føroya1550057 122.052,11Eik Banki Føroya3637788 187.232,74Norðoya Sparikassi 24.046,49Suðuroyar Sparikassi 50.073,17Postgiro (0,40)

Innistøða í alt ............................................................ Kr. 407.255,93

Skuldarar 0,38

Ogn í alt ..................................................................... Kr. 407.256,31

SKULDEginpeningur Eginpeningur 31.12.2010 247.480,44Úrslit 2011 11.270,87

Eginpeningur í alt ...................................................... Kr. 258.751,31

Ognarar 148.505,00

Skuld íalt .................................................................... Kr. 407.256,31

Roknskapurin er grannskoðaður av SPEKT

Page 22: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

22

YrkingIngrid Henriksen hevur sent Sólsetur hesa yrking við hesari frágreiðing:

Yrkingin hevur verið upplisin fyri nógvum árum síðani í einari sending hjá Armgarð Arge um hetta at missa ein av sínum kæru. Yrkingin hevur síðani staðið á prent í Dimmalætting. Sverri Egholm hevði sent blaðnum yrkingina, við loyvi frá Elin Mortensen, sum hevur týtt yrkingina úr enskum.

Sólsetur hevur tosað við Elin Morten-sen, sum sigur seg vita, at nógv hava funnið ugga í samband við miss av einum av sínum kæru í hesari yrking. Hon er fegin um, at yrkingin kemur í Sólsetur. Yrkingin er skrivað av dómprósti, Henry Scott Holland (1847-1918).

Deyðin er ikki tað seinasta

Deyðin er ikki tað seinasta, eg eri bara farin um sýnina.

Eg eri eg, og tú ert tú. Tað sum vit áður vóru fyri hvør øðrum, tað eru vit enn.

Nevn meg at navni, nýt mítt yndisnavn, práta við meg um leyst og fast, sum vit altíð gjørdu.

Lat røddina vera hina somu, hóast sorg og sakn.Flenn, soleiðis sum vit vóru von at flenna saman at onkrum skemtiligum.

Hugna tær, brosa, hugsa um meg, bið fyri mær.

Lat navn mítt framvegis hoyra upp í okkara húski.

Tala um meg nátúrliga, ikki við gráturødd.

Lívið er framvegis dýrabært: tað er, eins og tað altíð var; tað heldur fram øld eftir øld.

Deyði og lív hoyra saman.

Hví skuldi eg fari úr huga, um eg fór úr eygsjón?

Eg bíði bara eftir tær, um eina stund, onkunstaðni her í nánd, aftan fyri sýnina. Alt er, sum tað eigur at vera.

Elin Mortensen týtt

Rósan og gentan

“O góða, lat meg vera”, bað rósan einaferð. “Mær nýtist ikki longur til stuðul stavin her. Tú genta tak bert upp hetta ljóta pinnatræ, tað stendur bert og stingur og sker meg í hvørt blað”.

Og lítla gentan gjørdi, sum rósan hana bað. Í lýggjum morgunloti, har sveiggjar rósan glað. Men so kom ælaveður, og norðanvindur kvað, og brotnaði tá rósan, og følnaði hvørt blað.

Um følin eins og rósan, so eru hyggjuráð: Lat stuðulin og stavin og pinnatræið stá. Um sárt tað tykist mangan, er ráðið meint tær væl. Tú altíð stendur tryggur, um vindur er og æl.

Úr norskum

SK

Page 23: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

23

Yvirlit viðvíkjandi Landsfelagnum og Eldrafeløgunum

Landsfelag Pensjónista, Tróndargøta 13, 100 Tórshavn.

Skrivari: Ingrid Henriksen, tlf. 319394 og 219394, týsdagar kl. 13-16.

[email protected]

Nevndarlimir í Landsfelag Pensjónista:

Arne Thorsteinsson, formaður, undir Pisuvarða 3, 100 Tórshavn, tlf. 210621,

[email protected]

Elisabeth Ellingsgaard, varaforkvinna, Korndalsvegur 15, 470 Eiði, tlf. 423036 og 223370

Inna Nattestad, Heiðavegur 23, 370 Miðvágur, tlf. 333133 og 257685, [email protected]

Alma Petersen, Stoksoyravegur 1, 700 Klaksvík, tlf. 455420 og 215420, [email protected]

Finnur Johansen, Hoydalsvegur 7, 100 Tórshavn, 312733 og 222733, [email protected]

Eykalimir: Árni Johannesen, Fjósagøta 6, 100 Tórshavn, tlf. 313244 og 213244, [email protected]

Hans Marius Joensen, Leirvíksvegur 18, 240 Skopun, tlf. 361331

Limafeløgini og forkvinnur/menn:

Eldrafelagið Borgin: Rosmunda Joensen, Mørkin 12, 530 Fuglafjørður, tlf. 444130 og 229130

Eldrafelagið á Eiði: Elisabeth Ellingsgaard, Korndalsvegur 15, 470 Eiði, tlf. 423056 og 223370.

Eldrafelagið Fjallið: Elkin Olsen, á Bakka 32, 520 Leirvík, tlf. 443047.

Eldrafelagið Hugni: Alma Petersen, Stoksoyravegur 1, 700 Klaksvík, tlf. 455420 og 215420.

Eldrafelagið Kumlá: Sigvald Kristiansen, Skálavegur 236, 480 Skála, tlf. 441517 og 288517.

Eldrafelagið Nón: Elisabeth Hammer, Mýravegur 11, 620 Runavík, tlf. 447286 og 227106.

Eldrafelagið Vesturskin: Sólgerð á Rógvi Jacobsen, Ovarivegur 79, 350 Vestmanna, tlf. 424369 og 214239.

Pensjónistafelagið í Havn: Finnur Johansen, Hoydalsvegur 7, 100 Tórshavn, tlf. 312733 og 222733.

Pensjónistafelagið HØFT: Hildegarð Nattestad, Skálavegur 47, 850 Hvalba, tlf. 375067.

Pensjónistafelagið Kvøldarsól: Birgit Hentze, Garðavegur 29, 240 Skopun, tlf. 361330.

Oyndarfjarðar Pensjónistafelag: Bodil Ejdesgaard, Ovarivegur 37, 690 Oyndarfjørður, tlf. 444504.

Pensjónistafelagið í Sjóvar Sókn: Ingálvur P. Hansen, Sjóvarbrekka 8, 490 Strendur, tlf. 447812.

Sunda Pensjónistafelag: Marjun Thomassen, Traðarvegur 5, 435 Streymnes, tlf. 422376 og 281205.

Vága Pensjónistafelag: Sofía Haraldsen, Jatnavegur 47, 370 Miðvágur, tlf. 332741.

Vágs Pensjónistafelag: Ingeborg W. Jacobsen, Líðarvegur 4, 900 Vágur, tlf. 220691.

Page 24: Nr. 30 Apríl 2012 Limaað blc2997452.r52.cf0.rackcdn.com/myfiles/1334614598_slsetur30.pdfNorrøna samstarvi pensjónista. Blíðan byr. Við føðingardagskvøðu vegna Landssam-band

Sum nevnt í greinini Landsfelag Pensjónista 25 ár, fekk Landsfelagið í lag eina vitjanar-tænastu, sum Brynjálvur Borðoy, Norð- skála, táverandi formaður í LP, og Jóhanna Johannesen, Vestmanna, tóku stig til. Jóhanna gjørdist samskipari av hesi tænastu í nógv ár. Seinni stovnaði Albin Vang, Miðvágur, sum tá var formaður í LP, saman við Jóhonnu og Jóhan Hansen, Saltangará, Vitjunartænastu Føroya saman við Reyða Krossi, umboðað av Kaj Kallsberg, kommunulækna, og Suni Vinther, politisti, báðir í Havn. Hetta sam- arbeiði stóð við í nøkur ár, men helt so uppat, mest tí at LP helt, at tað gjørdist alt ov „byrokratiskt“, alt skuldi skrásetast og fráboðast, roknskapur førast og rapport- erast til skrivstovu í Havn. Vitjanarvinir á bygd hildu hetta vera ov stirvið, og tí var ringt at fáa fólk til at vera við í hesi tænastu sum frá leið.

Landsfelagið tók seg tí burturúr hesum samarbeiði, men ásannar, at ein ávísur tørvur er fyri vitjanartænastu, og hevur tí heitt á pensjónistar og onnur um av sínum eintingum at vitja fólk, sum sita einsamøll ella kenna seg einsamøll, annaðhvørt tað er í egnum heima ella á stovni.

Landsfelag Pensjónista vil framvegis koma við áheitan til allar pensjónistar, sum hava førleika og møguleika fyri tí, at vitja aðrar pensjónistar, hetta hevur víst seg at vera til gleði fyri báðar partar. Gamla hugtakið at støkka inn á gólvið hjá hvørjum øðrum átti at komið til sín rætt aftur. Ein slík vitjan skal hvørki fráboðast ella skrásetast.

SK

Vitjið onnur eldri, ein áheitan

Samanhald millum ættarlið