16
Formansfrágreiðing 2003-2004 Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004 Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt, á sumri við logn, tú tekur meg at tær so tætt í tín favn. Tit oyggjar so mætar, Gud signi tað navn, sum menn tykkum góvu, tá teir tykkum sóu. Ja, Gud signi Føroyar, mítt land! Hin roðin, sum skínur á sumri í líð, hin ódnin, sum týnir mangt lív vetrartíð, og myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál, og ljósið, sum spælir mær sigur í sál: alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna, at eg verji Føroyar, mítt land. Eg nígi tí niður í bøn til tín, Gud: Hin heilagi friður mær falli í lut! Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd! So torir hon vága – av Gudi væl skírd – at bera tað merki, sum eyðkennir verkið, ið varðveitir Føroyar, mítt land! ÍSF formansfrágr. 2003/4 02/06/04, 14:50 1

êSF formansfr⁄gr. 2003/4...Formansfrágreiðing 2003-2004 Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004 Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt,

  • Upload
    others

  • View
    10

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: êSF formansfr⁄gr. 2003/4...Formansfrágreiðing 2003-2004 Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004 Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt,

Formansfrágreiðing

2003-2004

Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004

Tú alfagra land mítt,

mín dýrasta ogn!

á vetri so randhvítt,

á sumri við logn,

tú tekur meg at tær

so tætt í tín favn.

Tit oyggjar so mætar,

Gud signi tað navn,

sum menn tykkum góvu,

tá teir tykkum sóu.

Ja, Gud signi Føroyar, mítt land!

Hin roðin, sum skínur

á sumri í líð,

hin ódnin, sum týnir

mangt lív vetrartíð,

og myrkrið, sum fjalir

mær bjartasta mál,

og ljósið, sum spælir

mær sigur í sál:

alt streingir, ið tóna,

sum vága og vóna,

at eg verji Føroyar, mítt land.

Eg nígi tí niður

í bøn til tín, Gud:

Hin heilagi friður

mær falli í lut!

Lat sál mína tváa

sær í tíni dýrd!

So torir hon vága

– av Gudi væl skírd –

at bera tað merki,

sum eyðkennir verkið,

ið varðveitir Føroyar, mítt land!

ÍSF formansfrágr. 2003/4 02/06/04, 14:501

Page 2: êSF formansfr⁄gr. 2003/4...Formansfrágreiðing 2003-2004 Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004 Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt,

2

Formaður: Heðin MortensenNæstformaður: Sverre MidjordSkrivari: Petur E. PetersenVaralimur: John Kjær

Grannskoðari: P/F Grannskoðaravirkið INPACT

Starvsnevndin

Formaður:Heðin Mortensen

Ítrótta- og ung-domsráðgevi: Sølvi R. Hansen

Skrivstovufólk: Ninna R. ØrvaroddKassameistari: Petur E. Petersen

Stjórnin

Næstformaður:Sverre Midjord

Skrivari:Petur E. Petersen

FSF:Óli Holm

HSF:Eivind Jacobsen

RSF:Johannes Joensen

SSF:Katrin Joensen

FFS:Elin H. Joensen

BSF:Michael Gram

ÍSB:Jógvan Jensen

BTSF:Leo Poulsen

RF:Hjalmar H. Petersen

FBF:Niclas Joensen

JSF:Sofus D. Johannesen

SKF:Schandorff Vang

DSNÍ:Tonny Brimsvík

SST:Kjartan Egholm

FÍF: Sølvi ReinertHansen

ÍSF formansfrágr. 2003/4 02/06/04, 14:502

Page 3: êSF formansfr⁄gr. 2003/4...Formansfrágreiðing 2003-2004 Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004 Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt,

3

Fótbóltssamband Føroya

Óli Holm, form

Niklas á Líðarenda, varaform.

Rúni Heinesen

Jens Erik Magnussen

Karl Vidtfeldt

Magnus á Stongum

Bjarki Mohr

Hondbóltssamband Føroya

Eivind Jacobsen, form.

Niels Pedersen, varaform.

Paula í Giljum, skrivari

Áki Johansen

Rógvi Nielsen

Julian Olsen

Flogbóltssamband Føroya

Niclas Joensen, form.

Trygvi Poulsen, kapp. stj.

Magnus Tausen, skr.

Róðrarsamband Føroya

Johannis Joensen, form.

Jan Herman Hansen, varaform.

Sjúrður Gullbein, skr.

Dánjal Petur Olsen, kassam.

Poul John Æðustein

Hans David Hansen

Svimjisamband Føroya

Katrin Joensen, form.

Oluffa á Høvdanum, skr.

Eli Stakksund, kassam.

Føroya Fimleikasamband

Elin Heðinsdóttir Joensen, form.

Katrin Knudsen, skeiðd.

Marit Holm Petersen, kassam.

Høgni R. Øster, reiðskapsd.

Katrin Abrahamsen, rytm.d.

Badmintonsamband Føroya

Michael Gram, form.

Peter Gram, kassam.

Ólavur Ellingsgaard, skr.

Ítróttasamband fyri Brekað

Jógvan Jensen, form.

Johan Samuelsen, skr.

Jón á Steig, kassam.

Elna S. Hansen, ítr. ráðg.

Mariann Øster

Nýstovnaður Ítróttur

Tonny Brimsvík, form.

Per Knudsen, varaform.

Harald Eirikstoft, skrivari

Kristian Dahl, kassam.

Kenneth á Argjaboða

Judosamband Føroya

Sofus Johannesen, form.

Jan Günther, varaform.

Kim Hansson, skr.

Borðtennissamband Føroya

Leo Poulsen, form.

Ivan Niclasen

Fríði Jensen

Ríðisamband Føroya

Hjalmar Petersen, form.

Eyðfinnur í Búðini, varaform.

Kjeld Nattestad

Skjótisamband Føroya

Schandorff Vang, form.

Simme Jacobsen, varaform.

Hans Jørn Nielsen

Sambandið fyri Súkkling

og Triathlon

Kjartan Egholm, form.

Gunnar Dahl-Olsen, varaform.

Evald Rasmussen, skrivari

Nýstovnaður Ítróttur

Tonny Brimsvík, form.

Per Knudsen, varaform.

Harald Eirikstoft, skrivari

Kristian Dahl, kassam.

Kenneth á Argjaboða

Frælsur Ítróttur Føroya

Sølvi Reinert Hansen, form.

Niels Jákup Jakobsen, varaform.

Guttorm Sørensen, peningarøkil

Óli Olsen

Heri Ziska

Sersambondini

ÍSF formansfrágr. 2003/4 02/06/04, 14:503

Page 4: êSF formansfr⁄gr. 2003/4...Formansfrágreiðing 2003-2004 Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004 Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt,

4

Formansfrágreiðing 2002-2003

Tað er at fegnast um, at ítróttur og rørsla tykjastgerast ein alt størri partur av gerandisdegnum hjáhvørjum einstakum føroyingi. Bæði hjá teimum, iðsjálvi íðka ítrótt, ella eru við í tí stóra sjálvbodnaarbeiðinum, ið verður gjørt innan ítróttin kringlandið. Og hjá teimum, ið fylgja við, og hava áhugafyri ítróttarligu avrikunum hjá feløgum og ein-staklingum.

Fjølmiðlarnir eru hvønn dag á tremur av tíðind-um frá ítróttarheiminum, og lítil ivi er um, at teyeru mong, ið hava serligan áhuga fyri júst tí partin-um av tíðindunum, sum snýr seg um ítrótt.

Jú, ítróttarørslan er ein sonn fólkarørsla. At eittso lítið samfelag skal hava so nógv ítróttarligt virk-semi er ivaleyst eindømi. Hetta virksemið er treyt-að av, at einstaklingar kring landið taka upp-gávurnar í einum ítróttafelagi uppá seg. Sjálvbodnukreftirnar eiga heilt einfalt lívið í ítróttinum.

Vit hava í øktan mun lagt til merkis, at lands-myndugleikarnir geva ítróttini størri ans. Skilt átann hátt, at teir í øktan mun ynskja at gagnnýtadynamikkin í ítróttini, og ta betringina av fólka-heilsuni, ið ítróttin gevur ungum og gomlum kringlandið. Vit innan ítróttarørsluna fegnast sjálvsagtum, at alt fleiri fáa eyguni upp fyri ítróttinum.

Men samstundis mugu vit mina á, at umhvørvið

í sjálvbodnu ítróttarørsluni er minst líka viðkvæmtsum umhvørvið í náttúruni. Tað er eingin sjálv-fylgja, at ítróttarvenjingar og -kappingar verðafyriskipaðar. Tað er eingin sjálvfylgja, at ítrótturinhevur amboð og verkløg. Og tað er eingin sjálv-fylgja, at feløg og landslið eru í fremstu røð ímarknaðarføringini av Føroyum uttanlands.

Hetta viðkvæma sjálvbodna umhvørvið innanítróttin tolir ikki, at eitt nú landsmyndugleikarvilja eyðræna tað, fyri at fáa nógv burturúr fyrilítið.

Tað er av alstórum týdningi, at allir myndug-leikar standa saman um at verja sjálvbodnu ítrótta-rørsluna. Tann týdningur, sum hon hevur fyri sam-felagið sosialt og heilsuliga, kann ikki gerast upp íkrónum og oyrum. Samstundis ber ikki til at keypaseg til ta orku og tann eldhug, ið verður lagt í taðsjálvbodna arbeiðið.

Onkur hevur tikið til, at sjálvboðið arbeiðið ertað, ið vit ikki høvdu gjørt, um vit fingu løn fyritað. Og soleiðis er tað mangan. Gleðin í ítróttar-ligum arbeiði kemst av at síggja fólk venja ogkappast, ella at síggja rómin, tá ítróttarligu avrikinieru góð.

ÍSF formansfrágr. 2003/4 02/06/04, 14:504

Page 5: êSF formansfr⁄gr. 2003/4...Formansfrágreiðing 2003-2004 Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004 Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt,

5

ÍSF

Býtið av landskassastuðli

Stuðulin til ÍSF á fíggjarlógini fyri 2003 var 2 mió.kr. Hetta er sama upphædd, sum hevur verið tillutaðokkum nú í nógv ár. Peningurin er játtaður tilrakstur av ÍSF og sersambondunum. Aðrar mettarinntøkur eru 500 túsund krónur í limagjaldi, gjøld-um frá útvarpi og sjónvarpi, Happadráttargrunn-inum og øðrum. Soleiðis verður samlaða inntøkan2,5 mió kr.

1,1 mió. kr. verða nýttar til rakstur, og síðaniverður restin býtt millum sersambondini soleiðis:

Sersamband UpphæddFótbóltssamband Føroya 89.680Hondbóltssamband Føroya 192.340Flogbóltssamband Føroya 192.340Róðrasamband Føroya 107.380Føroya Fimleikasamband 107.380Ítróttasamband Fyri Brekað 107.380Svimjisamband Føroya 145.140Judosamband Føroya 107.380Badmintonsamband Føroya 107.380Borðtennissamband Føroya 107.380Deildarsambandið fyri Nýstovn. Ítrótt 50.740Ríðisamband Føroya 50.740Skjótisamband Føroya 50.740Frælsur Ítróttur Føroya 29.500Sambandið fyri Súkkling og Triathlon 29.500Íalt 1.475.000

Býtið av Landskassastuðlinum 2003

Ítróttarferðir

Umframt játtanir til ÍSF, FSF og ÍSB játtaði løg-tingið í 2003 3,7 mió. krónur til ítróttaferðirinnanlands. Henda upphædd var umleið 2 mió. kr.hægri enn undanfarin ár.

Orsøkin til hækkingina er nýggja kortskipanintil ítróttaferðir. Gamla skipanin, har ítróttafeløgininýttu sonevndar „gular seðlar“ at ferðast við, varðavloyst av eini skipan, har ítróttafólk ístaðin finguelektronisk kort at ferðast við. Við skipanini ber tilhjá ítróttafólki at ferðast til kappingar og venjing.

Fyrimunirnir eru eyðsýndir. Við elektronisku kort-unum ber til at skráseta, hvør hevur ferðast hvar ogat lesa hetta inn í eina telduskipan.

Nýggja skipanin hevur lætt um hjá ítróttar-leiðarum og einstaklingum, ið ferðast til ítrótta-tiltøk kring landið. Samstundis fer at bera tilframyvir at gera sær eina greiða mynd av, á hvørjumfarleiðum ferðingin í ítróttarørindum fer fram.

Við gomlu avtaluni bar illa til at hava eftirlitvið, hvør ferðaðist í ítróttaørindum.

Ein partur av avtaluni við almennu myndug-leikarnar var, at Ítróttasamband Føroya tók á segfulla fíggjarliga og umsitingarliga ábyrgd av skip-anini við ítróttaferðum. Eftir drúgvar samráðingarvarð avtala undirskrivað við Strandfaraskip Landsinsum flutning av ítróttafólki. Skipanin varð sett íverk 1. februar 2003. Í allari tilgongdini legði ÍSFdent á at gera eina skipan, ið stimbraði ítróttarligumvirksemi - serliga í útjaðarinum, og har gott eftirlitvar við, hvussu skipanin varð nýtt.

Í játtanini varð heimilað landsstýrimanninum íMentamálum at flyta peningin, ið ikki varð nýtturtil ítróttaferðir til ÍSF. Men val varð útskrivað í úrtíð,og tí var eingin, ið kundi gera hesa flyting. Úrslitiðvar, at ítrótturin misti umleið 500.000,- kr. í 2003.

Í fíggjarlógini fyri 2004 hevur tingið so valt atskera játtanina til ítróttarferðir við 300.000,- kr.

Í 2003 kendi ÍSF tað sum sína uppgávu at tryggja,at nýtslan til ítróttaferðir ikki fór út um játtanina ítí trúgv, at eitt møguligt yvirskot onkursvegna komítróttinum til góða, men soleiðis bleiv ikki. Og tíkann sigast, at støðan líkist tí, ið var við gomluskipanini, har játtanin frá landinum fylgdi nýtsluni.

Framyvir er tí ilt at meta um, hvørt ÍSF fer atsíggja tað sum sína uppgávu at avmarka nýtslunatil tað, ið játtað er av tinginum. Hetta tí, at tingiðhevur valt at geva ÍSF stríðið av at umsita skipanina,meðan fíggjarligi ágóðin av einum møguligumyvirskoti er skerdur.

Ítrótta- og ungdómsráðgevin

Ítróttasamband Føroya hevur síðani heystið 2002havt ein ítrótta- og ungdómsráðgeva. Talan er umeina royndarskipan, ið endar á heysti 2004. Ráð-gevin verður fíggjaður av tí partinum av vedding-arpeninginum, sum Mentamálaráðið umsitur.

ÍSF formansfrágr. 2003/4 02/06/04, 14:505

Page 6: êSF formansfr⁄gr. 2003/4...Formansfrágreiðing 2003-2004 Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004 Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt,

6

Ráðgevin hevur farna tíðarskeiðið loyst ymsaruppgávur fyri ÍSF. Nevnast kunnu samskifti ogsamstarv við feløg, sersambond, altjóða felagsskapirog almennar myndugleikar.

Ítróttasamband Føroya vónar, at Mentamálaráðiðonkursvegna fer at gera sítt til, at skipanin kannhalda fram. Skjøtul er settur á nógvar nýggjarverkætlanir innan- og uttanlands, ið fara fyri bakka,um skipanin við ítrótta- og ungdómsráðgevanumikki heldur fram.

Norðurlendskur stuðul

Norðurlendska Ráðharraráðið lutar á hvørjum árieina játtan sundur millum Ísland (50%), Grønland(22%) og Føroyar (28%). Dentur verður lagdur á,at stuðul serliga verður latin til tiltøk fyri ung, ogat kynsbýtið er javnt.

Stuðulin var hesu ferð býttur soleiðis:

Ítróttargrein UpphæddOyggjaleikanevndin 53.000ÍSB 33.000Flogbóltur 30.000Frælsur Ítróttur 30.000Hondbóltur 30.000Svimjing 30.000Judo 20.000Badminton 15.000Fimleikur 15.000Róður 15.000Borðtennis 12.000Bogaskjóting 10.000Triathlon 8.000Íalt 301.000

Býtið av stuðlinum frá NorðurlendskaRáðharraráðnum 2003

Veddingin

Veddingarlógin í Danmark varð endurskoðað á vári2003, og hevði hetta við sær, at Fólkatingið viðtókeina nýggja veddingarlóg. Danska veddingarlóginumfatar nú ikki veddingina í Føroyum, og eruFøroyar tí ikki við í danska veddingarlyklinum,

men fara úr, og mugu sostatt hava eina seravtaluvið donsku tipstænastuna. Ítróttavedding tók bein-anvegin upp samráðingar við leiðsluna í DanskTipstjeneste, og nýggjur sáttmáli varð undirskriv-aður í Havn í juli 2003.

Nýggju viðurskiftini hava við sær, at Føroyar núfáa ágóða eftir teirri upphædd, sum spæld verðurfyri her heima. Somuleiðis er skipað fyri, at Føroyar,frá 1. august 2003, ikki skuldu gjalda avgjald tildanska statin.

Nýggja avtalan varð løgd fyri landsstýrið tilgóðkenningar, men tað vóru tvey viðurskifti, sumlandsstýrið ikki kundi taka undir við. Annað varáramálið, sum lógin ásetur kann vera í mesta lagi 5ár, og hitt er býtið av avlopinum, sum er ásett atvera innan 3. mðr. eftir roknskaparlok. Áramáliðvar lætt at broyta, men við tað at Dansk Tips-tjeneste ikki kann geva endaliga tilsøgn um avlopiðfyrr enn eftir aðalfundin hjá teimum í mei, máttiLøgtingið gera broytingar í veddingarlógini soleiðis,at teir 3 mðr. vórðu broyttir til seks, og samsvararhetta eisini við smápartafelagslógina. Broytingar-uppskot varð lagt fyri Løgtingið í nov. 2003, mendatt burtur, tá val varð útskrivað í des. 2003.Uppskotið var aftur lagt fyri tingið í vár, og er núsamtykt.

2003 var fyrsta árið, har skavispøl vóru at fáa hjáføroysku veddingarumboðunum, og hetta er ein avgrundunum til, at spælihugurin hevur verið sogóður, sum úrsltið í roknskapinum vísir.

Peningurin fyri 2003 er júst komin til landið.Tað vísir seg, at føroyingar hava spælt so mikiðnógv, at upphæddin, ið skal útlutast er nakað hægri,enn hon var undir gomlu skipanini. Hóast vitfegnast um, at upphæddin er økt, mugu vit minn-ast, at upphæddin sum føroyingar nú fáa, er tengdat spælinum í Føroyum og sveiggjunum í føroyskabúðskapinum.

Tí er tað torført at meta um, hvussu stór upp-hæddin verður frá veddingini komandi árini.

Inntøkurnar hjá Sp/f Ítróttavedding frá DanskTipstjeneste verða útlutaðar í tríggjar partar.Býtið sær soleiðis út:

ÍSF formansfrágr. 2003/4 02/06/04, 14:506

Page 7: êSF formansfr⁄gr. 2003/4...Formansfrágreiðing 2003-2004 Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004 Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt,

7

Ítróttasamband Føroya fær størsta partin av netto-yvirskotinum frá Sp/f Ítróttavedding, 60%. Hesinpeningurin hevur ein heilt greiðan býtislykil. Fráat verða lutaður í 70 partar í 2000, verður hann núbýttur í 77,5 partar, harav 65 partar fara til ymsusersambondini, og restin fer til felags virksemi.

Hvussu peningurin verður lutaður, avger stjórnÍSF á hvørjum ári.

Sersamband Partar 2003 2004Fótbóltssamband Føroya 12 617.806 882.581Hondbóltssamband Føroya 8 411.871 588.387Flogbóltssamband Føroya 8 411.871 588.387Róðrasamband Føroya 4 205.935 294.194Føroya Fimleikasamband 4 205.935 294.194Ítróttasamband Fyri Brekað 3 154.452 220.645Svimjisamband Føroya 6 308.903 441.290Judosamband Føroya 3 154.452 220.645Badmintonsamband Føroya 4 205.935 294.194Borðtennissamband Føroya 3 154.452 220.645Deildarsambandið fyri

Nýstovnaðan Ítrótt 2,5 128.710 183.871Ríðisamband Føroya 2,5 128.710 183.871Skjótisamband Føroya 2,5 128.710 183.871Frælsur Ítróttur Føroya 1,25 64.355 91.935Sambandið fyri Súkkling

og Triathlon 1,25 64.355 91.935Íalt 65 3.346.451 4.780.645

Býtið av veddingarpeninginum til sersambondini2003 og 2004

Ítrótturin og almennumyndugleikarnir

Samskiftið við almennu myndugleikarnar hevuryvirhøvur verið gott farna árið.

Ítróttaálit

Seinasta summar setti táverandi landstýrismaður íMentamálum ein arbeiðsbólk við tveimum um-boðum fyri ÍSF og einum umboði fyri Menta-málaráðið, ið skuldi arbeiða við at orða eitt ítrótta-álit. Arbeiðið er drúgt, eftirsum brótast skal upp úrnýggjum. ÍSF og sersambondini hava verið aktivurpartur av arbeiðinum við álitinum. Hetta er sam-stundis gott høvi til sjálvrannsakan hjá einstøkuítróttargreinunum. Hvar eru vit í løtuni, og hvarynskja vit at vera um nøkur ár?

ÍSF vónar at nýggja landsstýrið framhaldandi ferat stuðla hesum týðandi arbeiði, sum er farið í gongd.

Kanning av sjálvbodnum arbeiði

ÍSF setti eina kanning í gongd í 2003 av virðinumav sjálvbodna arbeiðinum í ítróttarfeløgum kringlandið. Arbeiðið við kanningini heldur fram.

Føroysk dopinglóg

ÍSF fegnast um, at Heilsumálaráðið er í ferð við atgera eina føroyska dopinglóggávu, so herferðin mótiólógligum stimbrandi evnum gerst uppaftur betri.

Rørsluár

ÍSF hevur fyrr heitt á landsmyndugleikarnar atgera eitt serligt „rørsluár“, eins og roynt hevurverið í onkrum av grannalondunum. Hóast nógvverður tosað um fólkaheilsu, og ÍSF er klárt at faratil verka, hava almennu myndugleikarnir ikki ennvilja tikið ábyrgd av hesum tiltaki.

Stovnur/felag %-býtið 1999 2000 2001 2002 2003 2004Føroya Landsstýri 20% 1.820.000 1.260.000 1.330.000 1.330.000 1.330.000 1.900.000Ítróttasamband Føroya 60% 5.460.000 3.780.000 3.990.000 3.990.000 3.990.000 5.700.000Føroya Ungdómsráð 20% 1.820.000 1.260.000 1.330.000 1.330.000 1.330.000 1.900.000Íalt 100% 9.100.000 6.300.000 6.650.000 6.650.000 6.650.000 9.500.000

Útlutingin av peningi frá Sp/f Ítróttarvedding 2003

ÍSF formansfrágr. 2003/4 02/06/04, 14:507

Page 8: êSF formansfr⁄gr. 2003/4...Formansfrágreiðing 2003-2004 Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004 Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt,

8

Samstarv við Hetland

Á heysti 2003 gjørdi Mentamálaráðið eina avtaluvið Shetland Council um mentunarligt samstarv.Fyrsta ítøkiliga úrslitið av hesum samstarvi er atsíggja í 2004, tá ymsir ítróttabólkar fara úr Føroyumtil Hetlands at kappast.

Annað samstarv

ÍSF fegnast um, at ítrótturin varð boðin við í einarbeiðsbólk, ið skuldi gera uppskot til ein yvir-skipaðan mentunarpolitikk.

Samstundis fegnast ÍSF um, at Mentamálaráðiðhevur havt umboð fyri føroysku ítróttarrørsluna viðí ráðlegging á Norðurlendska barna- og ungdóms-økinum.

Útlendingamálið

Hóast undanfarna landsstýrið arbeiddi við at geraeina skipan, ið kundi hjálpa føroyskum ítrótta-feløgum at fáa venjara- og leikarastyrk uttan úrheimi, tykist nú stígur at vera komin í hetta arbeiði.Tí er stórur vandi fyri, at tann førleikamenningin,ið útlendski styrkurin í stóran mun hevur havt viðsær, fer at steðga á.

Nýggja landsstýrið hevur boðað frá, at tað ikkihevur í hyggju at gera eina serskipan fyri útlendskítróttafólk, sum ítrótturin annars hevur ynskt. Viðverandi støðu fer Innlendismálaráðið ikki at við-mæla, at útlendsk ítróttafólk, sum hava ófaklært

arbeiði við síðuna av ítróttinum, fáa uppihaldsloyvií Føroyum.

Avleiðingarnar eru sera álvarsamar fyri ítróttin.Feløgini megna ikki at gjalda útlendsku leikarunumfulla løn.

ÍSF hevur havt fundir við Innlendismálaráðharranog Mentamálaráðharran og sent bræv til Løgmann.Men tað tykist ikki, sum nakar hevur hug at geraeina skipan, sum ítrótturin kann liva við.

Tað hevur verið skotið upp, at feløgini skulu lataútlendsku ítróttafólkunum løn. Men ÍSF er hartímóti hesum uppskoti. Partvís megna feløgini ikkiat gjalda slíkar upphæddir. Samstundis hevur taðaltíð verið eitt eyðkenni fyri føroyskan ítrótt, atfólk íðka og skipa fyri kappingum av áhuga. Hettaer júst styrkin við ítróttinum.

Um landsmyndugleikarnir seta ynski fram umeina professionalisering av ítróttinum, leggja teireftir sjálvum grundarlagnum undir teimum meirienn 100 ítróttarfeløgunum kring landið. Um ítrótt-urin skal professionaliserast, má tað vera eftir ynskifrá ítróttinum, og ikki fyri at lætta um umsitinginahjá landsmyndugleikunum.

Dopingroyndir

Dopingeftirlitið er komið í eina fasta legu. Í 2003vóru íalt 21 kanningar gjørdar. Higartil eru kann-ingar gjørdar av ítróttafólkum innan flest allarítróttagreinir. Higartil hava øll úrslitini tíbeturverið negativ. Vónandi er regluliga eftirlitið við tilat tálma møguligari misnýtslu framyvir eisini.

Føroyska dopingeftirlitið fylgir reglunum hjáaltjóða antidoping felagsskapinum WADA. Tað eralneyðugt, at ítróttafólk kring landi kunna seg um,hvørji evni eru á dopinglistanum. Dopingeftirlitiðkunnar støðugt um virksemið á hesum økinum.

Ítróttargrein RoyndirBorðtennis . . . . . . . . . . . . . . . . . 1Fimleikur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3Flogbóltur . . . . . . . . . . . . . . . . . 5Frælsur Ítróttur . . . . . . . . . . . . . 2Hondbólt . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8Kappróður . . . . . . . . . . . . . . . . . 2Íalt . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21Dopingroyndir í 2003

ÍSF formansfrágr. 2003/4 02/06/04, 14:508

Page 9: êSF formansfr⁄gr. 2003/4...Formansfrágreiðing 2003-2004 Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004 Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt,

9

Nýggj tryggingaravtala

Ítróttasamband Føroya gjørdi í 2003 nýggja avtaluum kollektiva vanlukkutrygging fyri ítróttafólk.Hóast hendan tryggingin ikki fevnir um allarskaðar, fatar hon um øll ítróttafólk í Føroyum, tóikki tey, ið eru sáttmálasett. Mælt verður tó til, atfeløgini taka tryggingarspurningin í álvara, solimirnir í felagnum eru væl vardir.

Altjóða samstarv

Norðurlendski Felagsfundurin

Umboð fyri Ítróttasamband Føroya tóku lut í árligaNorðurlendska fundinum í Svøríki. Í nógvar mátarlíkist ítrótturin í ymsu norðurlondunum. Tí erhesin árligi fundurin gott høvi at samskifta umfelags áhugamálini.

Team Norden

Fýra ung ítróttafólk umboðandi hondbólt, flogbólt,fimleik og frælsan ítrótt, tóku lut í ungdóms-tiltakinum Team Norden, ið hesu ferð var í Grøn-landi. Tiltakið, ið er ætlað ungum ítróttarleiðarum,verður fyriskipað av norðurlendsku ítróttarsam-bondunum í felag.

Endamálið er, at ungir ítróttarleiðarar hittast

eitt vikuskifti fyri at fáa íblástur, býta um hugskotog skapa kontaktir. Slíkar altjóða royndir eru óivaðvið til at styrkja um ítróttin heima í Føroyum.

COJI

Ítróttasamband Føroya var, eftir áheitan frá felags-skapinum COJI, ið fyriskipar oyggjaleikum fyriung, á fundi við nevndina í felagsskapinum. Hóastarbeiðið hjá felagsskapinum var áhugavert, mettistjórnin ikki, at føroyski ítrótturin í løtuni hevðifíggjarligu karmarnar til at taka lut í hesum sam-starvinum. Leikirnir verða fyriskipaðir á hvørjumári. Luttakandi oyggjarnar eru flest allar í Miðjarð-arhavinum.

ENGSO

ÍSF tók lut á aðalfundinum hjá evropeiska felags-skapinum fyri ítróttasambond í apríl 2004. Hettavar gott høvi at samskifta við onnur ítróttasambondum rákið innan ítrótt í ymsu evropeisku londunum.Hóast stórur munur er á stødd og grundarlagi, erunógvar avbjóðingar, ið eru felags fyri ítróttin íEvropu.

Oyggjaleikir á Guernsey

Oyggjaleikir vóru á Guernsey í juli 2003. Eini 160føroysk ítróttarfólk umframt hópin av viðhaldsfólki

ÍSF formansfrágr. 2003/4 02/06/04, 14:509

Page 10: êSF formansfr⁄gr. 2003/4...Formansfrágreiðing 2003-2004 Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004 Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt,

10

høvdu lagt leiðina niður á Guernsey. Ítróttarliguúrslitini vóru sum vanligt frálík, og vit fingu hesuferð 6 gull, 10 silvur og 12 bronsu heiðursmerki.

Samanlagt gjørdust Føroyar nummar 8 í røðini avteimum 23 luttakandi oyggjasamfeløgunum.

GullFøroyar Bogaskjóting Compound head-to-head knock-out liðHeri Ziska Frælsur ítróttur KlingruvarpFøroyar Fótbóltur Fótbóltur kvinnurHelgi W. Olsen Fimleikur RingarÁsbjørn Hansen Svimjing 50 m bringaFøroyar Flogbóltur Flogbóltur kvinnur

SilvurFøroyar Bogaskjóting CompoundFøroyar Frælsur ítróttur Hálvt marathon kvinnurHøgni R. Øster Fimleikur Gólv - bundin kappingHelgi W. Olsen Fimleikur Lop - bundin kappingHelgi W. Olsen Fimleikur BarrirGutti Harryson Fimleikur RingarHelgi W. Olsen Fimleikur Lop - frí kappingFøroyar Fimleikur Gólv og lop mennFøroyar Svimjing 4x50 m blandað mennFøroyar Flogbóltur Flogbóltur menn

ÍSF formansfrágr. 2003/4 02/06/04, 14:5010

Page 11: êSF formansfr⁄gr. 2003/4...Formansfrágreiðing 2003-2004 Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004 Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt,

11

BronsaSchandorff Vang Bogaskjóting Compound head-to-head knock-outSchandorff Vang Bogaskjóting CompoundSigrid K. Vang Bogaskjóting CompoundBogi Lenvig Frælsur ítróttur 5000 m renningHeini H. Joensen Frælsur ítróttur SpjótkastGunnar Dahl-Olsen Súkkling LandavegskoyringHøgni R. Øster Fimleikur Gólv og lop - bundin kappingHelgi W. Olsen Fimleikur Gólv - frí kappingTórarin H. Petersen Fimleikur BarrirÁsbjørn Hansen Svimjing 100 m bringaFøroyar Svimjing 4x50 m frí mennKjartan Eli Hentze Borðtennis Einstaklingar

Føroysku heiðursmerkini á Guernsey 2003

Grannarnir fyri sunnan, Hetland, skipa fyri kom-andi leikunum í 2005. Fyrireikingarnar eru vælávegis, og tey ítróttafólkini munnu vera nógv, iðlíta fram móti leikunum.

Um Føroyar skulu bjóða seg til at skipa fyriOyggjaleikum aftur, mangla enn øki til skjótingog bogaskjóting. Eisini manglar frælsi ítrótturinkarmar. Tað er alneyðugt, at almennu myndug-leikarnir og alt samfelagið annars samstarva, um

eitt slíkt megnar tiltak skal fyriskipast í Føroyumaftur.

Í november valdi stjórnin eina nýggja oyggja-leikanevnd. Formaðurin, Petur Elias Petersen, barseg undan afturvali. Í hansara stað varð Sølvi ReinertHansen valdur. Hinir limirnir, Sofus Johannesenog Katrin Joensen, vórðu afturvaldir.

ÍSF formansfrágr. 2003/4 02/06/04, 14:5111

Page 12: êSF formansfr⁄gr. 2003/4...Formansfrágreiðing 2003-2004 Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004 Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt,

12ÍSF formansfrágr. 2003/4 02/06/04, 14:5112

Page 13: êSF formansfr⁄gr. 2003/4...Formansfrágreiðing 2003-2004 Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004 Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt,

13

IOC

Ítróttasamband Føroya hevur endurnýggjað um-sóknina um olympiskan limaskap. Eitt stórt arbeiðier lagt í at gera umsóknina so fullfíggjaða sumgjørligt. Hetta hevur verið ein lang tilgongd, iðm.a. hevur havt við sær, at stórar broytingar vórðugjørdar í lógini hjá ÍSF fyri nøkrum árum síðan.Við umsóknini vórðu lagdar váttanir um føroyskalimaskapin í 9 altjóða sersambondum, og stuðuls-brøv frá ítróttasambondum og olympiskum nevnd-um í flest øllum Norðurlondum, umframt frá løg-manni og danska forsætismálaráðharranum.

Umsóknin er í løtuni til viðgerðar hjá IOC.Bíðað verður í spenningi eftir, um Føroyar verðaupptiknar sum limur í felagsskapinum. Yvirhøvurskilja evropeisku londini sjálvstøðugu støðuna hjáFøroyum. Men IOC er ein stórur felagsskapur viðnógvum ymsum áhugamálum, og tí er ilt at metaum, hvørt tað fer at eydnast at fáa olympiskanlimaskap á hesum sinni.

European Fair Play Movement

Ítrótttasamband Føroya søkti í 2003 um limaskapí Evropeiska Fair Play Felagsskapinum. Hóastnevndin hjá felagsskapinum upprunaliga vísti stór-an áhuga fyri føroysku umsóknini og bjóðaði Før-oyum at taka lut á aðalfundinum, tá umsókninskuldi viðgerast, hálsaði hon í seinastu løtu um, ogvaldi bert at bjóða Føroyum atlimaskap. Ítrótta-samband Føroya metti ikki, at tað sum hægstimyndugleiki innan ítrótt í Føroyum hevði áhugafyri einum atlimaskapi og valdi tí at taka seg úrsamstarvinum við felagsskapin.

Viðurkenningar

Ítróttasamband Føroya gjørdi í 2003 av at lataformonnunum í donsku og íslendsku ítróttasam-bondunum, Kai Holm og Ellert B. Schram, gullnálÍSF fyri teirra ótroyttiliga virksemi føroyskumítrótti at frama. Teir hava í ymsum høpum veriðvið til at stula føroyingum í arbeiðinum fyri altjóðaviðurkenning.

ÍSF formansfrágr. 2003/4 02/06/04, 14:5113

Page 14: êSF formansfr⁄gr. 2003/4...Formansfrágreiðing 2003-2004 Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004 Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt,

14

m.a. gagnað Flogbóltssambandinum, Róðrarsam-bandinum og ÍSB.

Sjálvt ÍSF-húsið er annars nakað slitið, og treingirtil stórar ábøtur, um tað skal vera karmur umvirksemið hjá ÍSF og sersambondunum framyvir.Onkrar ábøtur eru gjørdar í ár.

ÍSF hevur sett eitt skrivstovufólk, so nú hevursambandið tvey starvsfólk. ÍSF vónar við hesum, attænastustøðið og samskiftið við feløgini verðurbetri. Tað er alneyðugt fyri virksemið hjá ÍSF, ateitt støðugt samskifti er við tey, ið dagliga arbeiðavið at fyriskipa ítróttin kring landið.

Endi

Sum vit hava víst á, hevur virksemið í føroyskaítróttarheiminum verið sera fjøltáttað seinasta árið.Samstarvað verður við nógvar ymsar myndugleikarog felagsskapir í Føroyum og úti í heimi. Hóastárið gav nógvar góðar ítróttaligar upplivingar, sumt.d. á oyggjaleikunum, er tað hugvekjandi, hvussunógv orka verður nýtt til virksemi, ið meiri skalgeva ítróttinum góðar karmar, heldur enn beinleiðisítróttarvirksemi.

Eg fari at enda vegna starvsnevnd og stjórn attakka øllum feløgum og leiðarum fyri eitt ár, sumvar merkt av sera góðum samstarvi og ikki minstdygdargóðum arbeiði.

Somuleiðis vil eg takka Føroya Løgtingi, FøroyaLandsstýri, Mentamálaráðnum, kommunum og al-mennum myndugleikum annars, StrandfaraskipumLandsins, Tryggingarfelagnum Føroyum, AtlanticAirways, vinnu- og handilslívi, sum á ymsan hátthava verið við til at skapa føroyskari ítrótt fyritreytirat virka undir.

Samstundis eiga fjølmiðlarnir eina stóra tøkkuppibornað fyri ótroyttiliga at bera tíðindi ogfrásagnir frá ítróttarligum virksemi her heima ogúti í heimi. Við teirra arbeiði eru teir við til atspreiða gleðina við ítróttinum til alt fleiri fólk.

Heðin Mortensen, forseti

Ítróttasavnið

Ítróttasavnið varð sett á stovn eftir Oyggjaleikirnarí Føroyum við tí endamáli at savna og varðveitalutir, ið hava týdning fyri føroyska ítróttasøgu.Sambært reglugerðini fyri savnið verða limirnirvaldir av aðalfundinum hjá ÍSF. Ásannandi at tað erein stór fyritøka at fara undir at gera eitt savn,harmast ÍSF kortini um, at lítið og einki er hent viðsavninum enn, eftirsum roknast kann við, at fleiriáhugaverdir savnslutir fara fyri skeyti hvørt ár.

Umstøður hjá ítróttinum

Fótbóltssambandið tók nýggjan stásiligan bygningí nýtslu í fjør. Hóast FSF verður saknað í ÍSF-húsinum, geva hølini øðrum sambondum møgu-leikan at betra um sínar umstøður. Hetta hevur

ÍSF formansfrágr. 2003/4 02/06/04, 14:5114

Page 15: êSF formansfr⁄gr. 2003/4...Formansfrágreiðing 2003-2004 Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004 Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt,

15

Býtið av landskassastuðlinum millum sersambondini

Býtið av peninginum frá Norðurlendska Ráðharraráðnummillum ítróttargreinirnar

Býtið av landskassastuðli

6%

14%

14%

7%

7%7%

11%

7%

7%

7%

4%3%

3% 3%

Fótbóltur

Hondbóltur

Flogbóltur

Kappróður

Fimleikur

Í.S.B.

Svimjing

Judo

Badminton

Borðtennis

Deild. súkl./frælsur

Deild. nýst. ítrótt

Ríðing

Skjóting

Stuðul Nordisk Ministerråd

10%

10%

5%

5%

11%

5%4%10%

7%

13%

17%

3%

Hondbóltssambandið

Flogbóltssambandið

Róðrarsambandið

Fimleikasambandið

ÍSB

Badmintonsambandið

Borðtennissambandið

Svimjisambandið

Judosambandið

Súkling/frælsur ítróttur

Oyggjaleikanevndin

Skjótisambandið

ÍSF formansfrágr. 2003/4 02/06/04, 14:5115

Page 16: êSF formansfr⁄gr. 2003/4...Formansfrágreiðing 2003-2004 Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004 Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt,

16

Býtið av veddingarpeninginum millum sersambondini

Inntøkur og rakstur

Útreiðslugreining fyri 2003

50%

48%

0%

Høvuðsrakstur, Í.S.F.

Avskrivingar

Stuðul til ser- ogdeildarsambond

Rentur

Inntøkur

19%

1%3%3%

38%

1%2%2%

31%

Landskassastudningur

Ítróttarferðing v.m.

Limagjøld frá feløgum

Útvarp- & SjónvarpFøroya

Happadráttargrunnurin

Ítróttarvedding

Nordisk Ministerråd

Ítróttarráðgeving

Aðrar inntøkur

Býtið av inntøkum frá ítróttarvedding

17%

11%

12%

6%6%5%

9%

5%

6%

5%

4%

4%

4%4% 2%

Fótbóltssambandið

Hondbóltsambandið

Flogbóltsambandið

Róðrarsambandið

Fimleikasambandið

ÍSB

Svimjisambandið

Judosambandið

Badmintonsambandið

Borðtennisambandið

Deildsamb fyri frælsan ítrótt

Deilds. Nýstovnaður ítróttur

Ríðisambandið

Skjótisambandið

Oyggjaleikanevndin

ÍSF formansfrágr. 2003/4 02/06/04, 14:5116