8
16 Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini: Skúlar, barnagarðar, frítíðarskúlar o.tl. stovnar innan undirvísing/ ansing kunnu læna frá Landsmiðstøðini, og er tað stovnurin, ið ábyrgdast fyri lænt tilfar. Tað eru tó lærarar/ansingarfólk, ið læna hvør sær og standa fyri lánunum. Lánið er ókeypis. Tó hevur lænari ábyrgd av tí tilfari, ið verður lænt og hevur endurgjaldsskyldu, um tað misferst ella fær løst. • Lænifreistin skal haldast. Møguleiki er kortini at leingja lántíðina, um tilfarið ikki er umbiðið av øðrum lænara. Ikki er loyvt at læna øðrum tilfarið uttan í samráð við Lands- miðstøðina. Lænari kann heinta og avhenda tilfarið sjálvur á Landsmiðstøðini. Tilfar verður eisini sent við Posta. Meira um hetta undir skipanini Fast samband. Tað er uppgáva og ábyrgd lænarans at tryggja sær, at tilfar, ið verður lænt frá Landsmiðstøðini, er hóskandi at nýta í undirvís- ingini. Lántíð: Longsta lænitíðin er fyri: • flokssett o.l.: 6 vikur • onnur søvn: 4 vikur • AV-tilfar : 2 vikur • AV-tól: 1 vika Áminningar/endurgjald: Verður tilfar ikki latið aftur rættstundis, verður áminning send. Er tilfarið ikki komið aftur eftir tríggjar áminningar, verður rokning send skúla/stovni sambært galdandi reglum (sí síðu 11). Sleppast kann undan rokningini við at lata tilfarið aftur og at gjalda ómaksgjaldið. Fast samband: Tilfar til skúlarnar verður avgreitt soleiðis: Mánadag: Norðuroyggjar, Vágar, Sandoy, Suðuroy o.a. • Týsdag: Eysturoy, Streymoy • Mikudag: Tórshavn Bíleggingin skal fara fram í góðari tíð – í seinasta lagi dagin fyri avgreiðsludagin. Landsmiðstøðin - Hoyvíksvegur 72 - Postboks 3084 - 110 Tórshavn Tlf.: +298356850 - Fax: +298356851 - T-postadressa: [email protected] - Heimsíða: www.lms.fo 1

Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini16 Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini: • Skúlar, barnagarðar, frítíðarskúlar o.tl. stovnar innan undir vísing/ ansing

  • Upload
    others

  • View
    0

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini16 Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini: • Skúlar, barnagarðar, frítíðarskúlar o.tl. stovnar innan undir vísing/ ansing

16

Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini:• Skúlar, barnagarðar, frítíðarskúlar o.tl. stovnar innan undir vísing/

ansing kunnu læna frá Lands miðstøðini, og er tað stovnurin, ið ábyrgdast fyri lænt tilfar. Tað eru tó lærarar/ansingarfólk, ið læna hvør sær og standa fyri lánunum.

• Lánið er ókeypis. Tó hevur lænari ábyrgd av tí tilfari, ið verð ur lænt og hevur endurgjaldsskyldu, um tað misferst ella fær løst.

• Lænifreistin skal haldast. Møguleiki er kortini at leingja lán tíðina, um tilfarið ikki er umbiðið av øðrum lænara.

• Ikki er loyvt at læna øðrum tilfarið uttan í samráð við Lands-miðstøðina.

• Lænari kann heinta og avhenda tilfarið sjálvur á Landsmið støðini. Tilfar verður eisini sent við Posta. Meira um hetta undir skipanini Fast samband.

• Tað er uppgáva og ábyrgd lænarans at tryggja sær, at tilfar, ið verður lænt frá Landsmiðstøðini, er hóskandi at nýta í undirvís-ingini.

Lántíð:Longsta lænitíðin er fyri:

• fl okssett o.l.: 6 vikur• onnur søvn: 4 vikur• AV-tilfar : 2 vikur• AV-tól: 1 vika

Áminningar/endurgjald:• Verður tilfar ikki latið aftur rættstundis, verður áminning send. • Er tilfarið ikki komið aftur eftir tríggjar áminningar, verður rokning

send skúla/stovni sambært galdandi regl um (sí síðu 11).• Sleppast kann undan rokningini við at lata tilfarið aftur og at

gjalda ómaksgjaldið.

Fast samband:Tilfar til skúlarnar verður avgreitt soleiðis:• Mánadag: Norðuroyggjar, Vágar, Sandoy, Suðuroy o.a.• Týsdag: Eysturoy, Streymoy• Mikudag: Tórshavn

Bíleggingin skal fara fram í góðari tíð – í seinasta lagi dagin fyri avgreiðsludagin.

Landsmiðstøðin - Hoyvíksvegur 72 - Postboks 3084 - 110 Tórshavn

Tlf.: +298356850 - Fax: +298356851 - T-postadressa: [email protected] - Heimsíða: www.lms.fo

1

Page 2: Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini16 Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini: • Skúlar, barnagarðar, frítíðarskúlar o.tl. stovnar innan undir vísing/ ansing

2

Landsmiðstøðin hevur umleið 1100 fl okssett at læna skúlunum – bæði fagurbókmentir og yrkisbókmentir. Tað mesta eru føroyskar og danskar fagurbókmentir, men nakað er eisini á enskum og týskum máli.

Í hesum faldara er yvirlit yvir tey fl okssett, sum Landsmiðstøðin hevur keypt seinastu tíðina – føroysk og donsk. Tað er okkara vón, at tey eru viðkomandi hjá skúlunum og tí verða nógv útlænt.

Ætlanin er at senda út ein slíkan faldara tríggjar ferðir árliga. Har-umframt verður á heimasíðuni www.lms.fo kunnað um fl okssettini og ymiskt annað tilfar so hvørt, Landsmiðstøðin keypir nakað nýtt.

Vanliga eru tað bókavørður og ráðgevar, sum mæla til, hvat skal keypast av nýggjum tilfari, men lærarar eru eisini vælkomnir við fyrispurningum og ynskjum. Tað ber til at ringja á telefon nr. 356850 ella at senda nakrar reglur á telduposti til [email protected]. Sjálvsagt er ikki vist, at øll ynski verða gingin á møti, men tað er eina roynd vert.

Tað er av týdningi fyri heildina, at lænari leggur sær tíð arætlan fyri lán, har innlatingardagurin ikki svitast. Til ber sjálvandi at spyrja um leinging av einum láni, men er fl okssettið bílagt av øðrum lánara, ber ikki til at hava tað longri enn ásetta tíðarskeið. Leing-ing kann tó ikki fara út um tvær vikur.

Hóast Landsmiðstøðin leggur seg eftir at hava fl eiri fl okssett inni av nógv eftirspurdum bókum, sigur tað seg sjálvt, at tað ikki altíð fer at bera til at nøkta allar tørvir. Aftur her er hent at gera ætlanir fyri lán og bíleggja, innan skúlaárið byrjar. Er ætlanin at bíleggja eitt fl okssett t.d. um heystið og aftur móti vári, er tryggast at gera hetta um eina leið, soleiðis at tað er tøkt til tíðina.

Samanumtikið kann sigast, at fl okssettini eru ætlað sum ískoyti til dagligu undirvísingina – ískoytistilfar, sum vanliga verður nýtt í í mesta lagi 6 vikur. Á baksíðuni sæst, hvørjar meginreglur eru galdandi, tá lænt verður frá Landsmiðstøðini.

Landsmiðstøðin - fl okssett

15

Kære dødsbogHøvundur: Sanne SøndergaardÚtgevari: Gyldendal, 2009Síður: 213 síðurFloksstøði: 9.-10. fl okkurEvni: Ung / Gentur / Sjálvmorð / D agbøkurLýsing: Agnes hevur gjørt av at taka sítt egna lív tann dagin,

hon fyllir 15 ár um 12 dagar og byrjar tí at skriva sína deyðsbók, ið skal greiða frá lívi sínum við happing og einsemi - men alt gongur ikki eftir ætlan.

Fucking forelsketHøvundur: Nils A. SchouÚtgevari: Apostrof, 2004Síður: 159 síðurFloksstøði: 8.-9. fl okkurFløga: Fæst sum ljóðbókEvni: Ung / Saknur / Vinarlag / ForelskilsiLýsing: Andreas er 15 ára gamal. Mamma hansara doyði fyri

8 mánaðum síðani, og hann saknar hana. Andreas er so forelskaður í Monni, ið heldur saman við Tom P., erpnasta dronginum í skúlanum. Men Monni hevur sjálv trupulleikar, og Andreas er ein góður vinur.

Claras krigHøvundur: Clara KramerÚtgevari: Gad, 2010Síður: 367 síðurFloksstøði: 10. fl okkur+Evni: 2. heimsbardagi / Jødatýning / Holocaust / Nasisma /

Søga / EndurminningarLýsing: Polski jødin, Clara Kramer (f.1927), sigur frá um

bar dag an at koma undan holocaust í einum skýli, ið varð útgrivið í einum kjallara í táverandi Póllandi. 15 ára gamlda Clara skrivaði dagbók ígjøgnum teir tjúgu ræðu ligu mánaðirnar, hon fjaldi seg har saman við 17 øðrum jødum.

locaust / Nasisma /

NÝTT

Landsmiðstøðin - donsk fl okssett

Page 3: Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini16 Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini: • Skúlar, barnagarðar, frítíðarskúlar o.tl. stovnar innan undir vísing/ ansing

14

Mysli, myg og ondt i hjertetHøvundur: Anette HerzogÚtgevari: Høst, 2007Síður: 175 síðurFloksstøði: 7.-9. fl okkurEvni: Siglingarferðir / Frítíð / Familja / Gentur / Ung / HumorLýsing: Karla skal á eina kanoferð í Svøríki við allari familju ni.

Ein ferð verri enn deyðin, heldur hon, og hvussu við hennara unnusta heima? Men hetta gerst ein frítíðar-ferð, hon ikki gloymir við tað fyrsta.

WildsvinHøvundur: Bent HallerÚtgevari: Høst, 2008Síður: 109 síðurFloksstøði: 7.-9. fl okkurEvni: Fosturbørn / Grísar / Yvirliving / FlýggjanLýsing: 10 ára gamli Paw, is-indiáni, is-perkari, livir eitt harð-

balið lív sum fosturbarn í einum brennivínsheimi, men hann rýmir og upplivir eitt gott summar við talandi grísinum Gisla, ið er fl íggjaður av einari royndarstøð.

Drengen i den stribede pyjamasHøvundur: John BoynTil danskt: Søren H. MadsenÚtgevari: Carlsen, 2009Síður: 192 síðurFloksstøði: 7.-9. fl okkFilmur: Filmur er um bókinaEvni: Børn / Týskarar / Jødar / Vinarlag / HeimsbardagiLýsing: 9 ára gamli Bruno fl ytir við familju síni úr Berlin til eitt

stað, hann kallar “Fjarskoti”, har ein innhegnað lega liggur. Bruno er sera einsligur, til hann hittir Shmuel, ið býr hinumegin hegnið.

Landsmiðstøðin - donsk fl okssett

3

Sterkastur í fl okkinum Høvundur: Helena BrossMyndir: Christel RönnsTýðari: Hildigunn Niclasen (úr svenskum)Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2009. Síður: 56Floksstøði: 1.-3. fl okkurLeitiorð: SkúlabyrjanLýsing: Edvin skal byrja í fyrsta fl okki, og hann gleðir seg

sjálvandi. Hann fær gamla ryggsekkin hjá pápanum at brúka sum skúlatasku, men øll vita, hvussu týdning-armikið tað er at hava røttu taskuna.

Vinni vespaHøvundur: Oddvør JohansenMyndir: Jón Sonni JensenÚtgevari: Føroya Lærarafelag, 2009Síður: 28Floksstøði: 1.-3. fl okkurEvni: VespurLýsing: Myndabók. Ein lítil vespa hevur sovið allan veturin í

einum urtapotti, men tá várið kemur, vaknar hon og fer til verka. Men í býnum eru øll ikki eins glað fyri henda nýggja gest, ið komin er.

Emil og Ida í LønnibergiHøvundur: Astrid LindgrenMyndir: Bjørn BergTýðari: Heini F. Petersen (úr svenskum)Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2009Síður: 120Floksstøði: 1.-4. fl okkurEvni: Systkin / Gentur / Dreingir / Bygdalív / SvøríkiLýsing: 3 myndabøkur um Emil og Idu og teirra skálkabrøgd. Í

Kattholti í Lønnibergi er hugnaligt, tað halda øll. Eisini á verkstaðnum er hugnaligt, har situr Emil mangan og hugsar um síni skálkabrøgd. Ida lítla vil hava Emil at læra seg at gera skálkabrøgd, men tað ber ikki til, sigur Emil, tí skálgabrøgd tey bara koma!

Landsmiðstøðin - føroysk fl okssett

Page 4: Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini16 Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini: • Skúlar, barnagarðar, frítíðarskúlar o.tl. stovnar innan undir vísing/ ansing

4

Herviligi Henry og trølladaddanHøvundur: Francesca SimonMyndir: Tony RossTýðari: Bergur RamussenÚtgevari: Føroya Lærarafelag, 2009Síður: 96 síðurFloksstøði: 1.-3. fl okkurEvni: StuttleikiLýsing: Herviligi Henry er eitt barn, øll elska at hata. Henry

ger skálkabrøgd, so tú ringir teg saman av látri.

SkúlagátanHøvundur: Martin WidmarkMyndir: Helena WillsTýðari: Sámal K. JacobsenÚtgevari: Føroya Lærarafelag, 2009Síður: 88 síðurFloksstøði: 1.-3. fl okkurEvni: KrimiLýsing: Krimisøga til børn. Í Válavík fl oymir tað yvir við følsk-

um pengaseðlum. Sporini føra Lassa og Maiu til teirra egna skúla. Men fyri at avdúka tann seka mugu tey sita á varðhaldi um náttina og duga væl við amboð-unum, tá ið fi ngramerki skulu savnast inn.

Knassi og RokkarinHøvundur: Sólgerð AndreassenMyndir: Martin Tórgarð (yngri)Útgevari: Sansan, 2008Síður: 70 síðurFloksstøði: 1.-3. fl okkurEvni: Happing / HarðskapurLýsing: Søga fyri børn. Heimalambið Knassi verður sett í

fjósið saman við tí garvilla frísuta Rokkaranum. Hetta gongur ikki væl, men tá ringast stendur til hjá Knassa, kemur ein vættur at ugga hann og at siga frá søgum.

NÝTT

Landsmiðstøðin - føroysk fl okssett

13

Drengen med sølvhjelmenHøvundur: Hanne KvistÚtgevari: Forum, 2008Síður: 142 síðurFloksstøði: 5.-6. fl okkurFløga: Fæst sum ljóðbók.Filmur: Filmur er um bókinaEvni: Systkin / Øðrvísi / ÁbyrgdLýsing: Lítlasystirin hjá Jon varð fødd við veingjum. Hann

elskar hana nógv, men foreldrini halda hana vera strævna. Tey selja Barnatænastuni hana, og Jon má á eina vandafulla ferð eftir henni.

ÆbletHøvundur: Jesper N. Christiansen,Myndir: Peter SnejbjergÚtgevari: Dansklærerforeningen, 2008Síður: 47 síðurFloksstøði: 5.-8. fl okkEvni: SpenningurLýsing: Summarfrítíðin er júst byrjað. Kris skal ongar staðir.

Ringastu ótangarnir í býarpartinum eru eisini heima. Teir noyða Kris einsamallan at stjala súrepli í klostur-garðinum, hagar eingin við fullum skili vágar sær inn.

Et mærkeligt skibHøvundur: Anita KrumbachÚtgevari: Høst & Søn, 2009Síður: 62 síðurFloksstøði: 5.-8. fl okkurEvni: Børn / Umsorgan / Einsemi / FamiljaLýsing: Elo er sera einsligur og saknar samband við vaksin.

Hann gerst tí glaður, tá ein nýggjur drongur við húski tekur hann at sær. Hann er tó ikki sjálvur førur fyri at seta mørk fyri sítt samskifti við hesa familju, og so endar galið.

lja

NÝTT

Landsmiðstøðin - donsk fl okssett

Page 5: Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini16 Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini: • Skúlar, barnagarðar, frítíðarskúlar o.tl. stovnar innan undir vísing/ ansing

12

Leif sender sms’erHøvundur: Hans Chr. HansenÚtgevari: Alrune, 2006Síður: 35 síðurFloksstøði: 3. fl okkurEvni: sms-boð / fartelefonir / skúlin / myndirLýsing: Lættlesandi. Eingin sendir Leif sms-boð. Lygiboðini

um eina næska fartelefonmynd av læraranum gera, at hann brádliga er í sms-brennideplinum. Megnar hann at bjarga støðuni? Jú, fyrst noyðast hann og Julius at strika aðrar illavorðnar fartelefonmyndir.

Ole Lund Kirkegaard- og alle de andre rødderHøvundur: Ole Lund KirkegårdMyndir: Ole Lund KirkegårdÚtgevari: Gyldendal, 2009Síður: 159 síðurFloksstøði: 4.-6. fl okkurLýsing: Tekstabrot úr søgunum hjá Ole Lund Kirkegaard við

uppgávum, har aðaltátturin er loggskriving. Innihald: Um loggskriving / Den store Kirkegaard-bog

/ Bag om Ole Lund Kirkegaard / Lille Virgil / Albert / Orla Frø-Snapper / Hodja fra Pjort / Otto er et næse-horn / Gummi-Tarzan / Frode og alle de andre rødder / Et vigtigt forfatterskab afsluttes.

Værelse uden nøgleHøvundur: Christina HesselholdtÚtgevari: Dansklærerforeningen 2008Síður: 46 síðurFloksstøði: 4.-6. fl okkurEvni: Óhugni / ræðslaLýsing: Einsamallur á einum kamari uttan hurðalykil, einum

gistingarhúsverti við nøs sum ein krókur og reyð-sprongdum andliti, kyksendi á vegnum oman í fjøruna og samanumtikið eitt umhvørvi við ódámligum dámi.

Landsmiðstøðin - donsk fl okssett

5

NÝTTBarn undir krígnumHøvundur: Elin MortensenÚtgevari: Føroya Lærarafelag, 2010 (2. útgáva)Síður: 123 síðurFloksstøði: 4.-6. fl okkurEvni: Kríggj / 2. heimsbardagi / Børn / Tvøroyri / FøroyarLýsing: Endurminningar. Søgan fer fram undir 2. heimsbarda-

ga og er um eina familju, sum býr á Tvøroyri. Børnini Lisa, Mia og Jákup uppliva nógv spennandi og óhug-naligt. Bretar herseta Føroyar, og børnini gerast vinir við hermannin Jack.

PumanHøvundur: Laura TrenterTýðari: Jón JoensenÚtgevari: Føroya Lærarafelag, 2008Síður: 192 síðurFloksstøði: 4.-6. fl okkurEvni: SpenningurLýsing: Knappliga byrjar at henda so nógv løgið. Ein puma

kemur at ganga í gøtunum í býnum og hjálpir teimum hjálparleysu. Samstundis byrjar Sanna at vakna á løgnum støðum og minnist ikki, hvat er hent.

MyndabókinHøvundur: Laura TrenterMyndir: Katrin JacobsenTýðari: Jón JoensenÚtgevari: Føroya Lærarafelag, 2009Síður: 223 síðurFloksstøði: 4.-6. fl okkurEvni: SpenningurLýsing: Krimisøga. Okkurt løgið er uppi á ovastalofti. Gilbert

hevur altíð vitað tað. Líka síðani pápin doyði, hevur tað bæði lokkað og rætt hann. Hann kennir á sær, at um tað er nakrastaðni, hann hevur møguleika at fáa meira at vita um pápan, so er tað har

Landsmiðstøðin - føroysk fl okssett

Page 6: Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini16 Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini: • Skúlar, barnagarðar, frítíðarskúlar o.tl. stovnar innan undir vísing/ ansing

6

Dreymar búgva allastaðniHøvundur: Carolin PhilippsTýðari: Lydia DidriksenÚtgevari: Føroya Lærarafelag, 2008Síður: 152 síðurFloksstøði: 7.-9. fl okkurEvni: Gøtubørn / Vinarlag / Bukarest / RumeniaLýsing: Sandala er fi mtan og býr í kloakkskipanini undir jørð í

býnum Bukarest. Hon biddar á tokstøðini um dagin og leitar alla tíðina eftir onkrum at sniffa til tess at sleppa burtur úr líðing og longsli sínum. Men so hittir hon hjálparfólkið Martin, og saman gerast tey greið yvir, at dreymar veruliga eru allastaðni.

Barn nr. 95- mín týsk-afrikanska odyssé

Høvundur: Lucia EngombeTýðari: Astrið Breckmann (úr týskum)Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2009 Síður: 323 síðurFloksstøði: 8.-10. fl okkEvni: Namibia / Afrika / endurminningarLýsing: 7 ára gomul verður Lucia fl utt úr frumskóginum í

Afrika til DDR. Í sosialistiska Týsklandi skal hon, saman við 79 øðrum namibiskum børnum, læra at gerast partur av nýggju elituni í einum sjálvstøðugum Namibia. Ellivu ár seinni verður 18 ára gamla Lucia, saman við hinum DDR børnunum, fl ogin aftur til full-komiliga fremmanda heimland sítt.

FlogmaðurHøvundur: Eoin ColferTýðari: Bergur Rasmussen (úr enskum)Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2009Síður: 392 síðurFloksstøði: 7.-9. fl okkurEvni: SpenningurLýsing: Conor Broekhart var føddur til at fl úgva. Ella rættari

sagt, so var hann føddur á fl ogi. Tað kann tí valla undra, at hann gjørdist tann, hann gjørdist. Eina myrka nátt á stóru Saltoy var lív hansara lagt í oyði og eydnan tikin frá honum av eini óndsinnaðari og væl-skipaðari svikagerð. Fyri at bjarga familju sínari og at rætta ein ræðuligan skeivleika noyðist Conor at verða fyrstur at røkka dreyminum at fl úgva.

Landsmiðstøðin - føroysk fl okssett

11

Reglur fyri lán:• Ókeypis er at læna undirvísingartilfar frá Landsmiðstøð ini.

Tó hevur lænari ábyrgd av læntum tilfari. Endurgjald verður kravt fyri tilfar, ið misferst ella fær løst.

• Lánstíðin skal haldast.• Verður tilfar ikki latið aftur rættstundis, verða fyrst áminningar

sendar og síðani rokning.• Tað er skúlin/stovnurin, ið heftir fyri tilfarið, og avroknað verð-

ur einans við skúlan/stovnin - ikki við starvsfólk ella næming.

Tíverri er tað gerandiskostur, at tilfar ikki kemur aftur rættstundis. Heldur ikki eftir fl eiri áminningar, og tað er heldur ikki óvanligt, at tilfar als ikki kemur aftur.

Gjørt verður upp tvær ferðir árliga – í januar og í august – og til skúlar/stovnar, sum ikki hava latið tilfar aftur, verður rokning send um Føroya Gjaldstovu.

Gjaldið fyri tilfarið er eftir, hvat slag talan er um, og hvat tað verð-ur mett at kosta. Harumframt verður eitt ómaksgjald kravt fyri hvørt ikki-avgreitt lán.

Vónandi kemur hetta at virka fyribyrgjandi á tann hátt, at tað mest sum verður óneyðugt at senda rokningar – tí tilfarið verður latið aftur rættstundis og í góðum standi.

Landsmiðstøðin - fl okssett

Page 7: Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini16 Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini: • Skúlar, barnagarðar, frítíðarskúlar o.tl. stovnar innan undir vísing/ ansing

10

Dýrið Høvundur: Ally KennenTýðari: Bergur Rasmussen (úr enskum)Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2009Síður: 230Floksstøði: 8.-10. fl okkurEvni: Loynidómar / ÓdjórLýsing: Stephen er ein drongur við einum vanda miklum loyni-

dómi. Í fýra ár hevur hann hildið einum ræðuligum skapningi innilæstum á einum fjarløgd um goymistaði. Nú er ránsdjórið stórt og nóg svangt at bróta seg út úr einum rustaðum búri.

Sunnan fyri markiðHøvundur: Murakami, HarukiTýðari: Pauli Nielsen (úr enskum/donskum/íslendskum)Útgevari: Ítriv, 2007Síður: 150 síðurFloksstøði: 10. fl okkur +Fløga: Fæst sum ljóðbók.Evni: Kærleiki / Erotikkur / JapanLýsing: Skaldsøga. Hajime elskar bæði konu og døtur, og

tað gongst honum væl sum barreigari. Alt sær út til at vera so sára gott. Tá barndómsvinkonan Shimamoto brádliga aftur trínur inn í lívið hjá Hajime, verður hon ímyndin av tí tómrúmi og longsli, sum hann hevur kent øll árini.

Gagnligt lívHøvundur: William Smith.Útgevari: Forlagið í Støplum, 2009Síður: 423 síðurFloksstøði: 10. fl okkur +Evni: KrimisøgaLýsing: Er hugsandi, at Føroyar kunnu vera upprunastøð fyri

eirindaleysum, ráum handli við lívgøgnum? Í krimisøguni Gagnligt lív hendir tað óhugsandi. Hvalastøðin við Áir er vorðin umbygd til altjóða privat-

hospital Vita Hospital, ið er støð fyri eirindarleysum og kyniskum handli við lívgøgnum, ið verða tikin úr 8-12 ára gomlum børnum. Børnini verða rænd í eystur-asiatiskum menningarlondum og førd til Vita Hospital við Áir, har lívgøgnini verða tikin úr.

Landsmiðstøðin - føroysk fl okssett

7

Beint gjøgnum hjartaðHøvundur: June Eyð Joensen, Sigri M. Gaini, Sjúrður Juul RavnsfjallÚtgevari: Sprotin, 2010Síður: 85 síðurFloksstøði: 8.-10. fl okkEvni: Til undirvísingTilhoyr: Læraravegleiðing við videofl øguLýsing: Yrkingar, leikrit, videolag. Ekstentialisma er eitt

hugtak, ið stavar frá franskari og týskari heimsspeki. Hugtakið fevnir um grundleggjandi treytirnar, ið øll menniskju gjøgnum allar tíðir hav í felag. Treytir sum kenslur, royndir, upplivingar og leitan eftir meining í lívinum...

NÝTT

Skriva í sandinHøvundur: Marjun Syderbø KjeldnæsÚtgevari: Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2010Síður: 150Floksstøði: 8. fl okkur+Lýsing: Kvøldið er svartur kuldi. Súni fer til gongu, hann hygg-

ur út á havið, hugsar um strondina, at hann átti at farið oman har, átti at skrivað tey orð, sum skula til, skriva tey í sandin og latið havið sogið tey í seg og

skolað tey inn á hvørja einastu strond í øllum heimi-

num.

Ein viðurkennandi bók til og um dagsins tannáringar. Ein beinleiðis og ósensurerað ferð inn í teirra tankar og kenslur.

010

l gongu, hann hygg-at hann átti at

NÝTT

SkuggagestirHøvundur: Martin JoensenÚtgevari: Sprotin Síður: 65Floksstøði: 8.-10 fl okkurEvni: Kærleiki / UngdómurLýsing: Sjónleikur, sangleikur og dansileikur um eitt føroyskt

ballingarkvøld seinast í 80’unum. Vit fylgja nøkrum ungdómum við ymsum meiningum og við ymiskari sosialari bakgrund, teirra práti, skemti, kenslum og vónum.

kur eitt før kt

NÝTT

Landsmiðstøðin - føroysk fl okssett

Page 8: Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini16 Meginreglur fyri lán frá Landsmiðstøðini: • Skúlar, barnagarðar, frítíðarskúlar o.tl. stovnar innan undir vísing/ ansing

8

Ein terningur manglarHøvundur: Johanna ThydellÚtgevari: Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2010Síður: 210 síðurFloksstøði: 9. fl okk +Evni: Samleiki / Vinarlag / Kærleiki / SáttargerðLýsing: Ungdómsskaldsøga. Um Puck, eina unga gentu, sum

ger alt fyri ikki at missa tamarhaldið, ikki at lata nakr-an kom ov nær, ikki vísa hvør hon í grundini er. Eisini søgan um ein pápa, sum hvarv og eina mammu, sum varð verandi eftir, og hvussu tað er at vera bangin – bangin fyri illum røddum, bangin fyri, at fólk hvørva. Á beinraknum ungdómsmáli dagar myndin av Puck spakuliga fram, hvør hon var, og hvør hon gjørdist, og um lívið, har ein terningur manglar.

010

targerð

NÝTT

Dagar eg havi gloymtHøvundur: Arne SvingenMyndir: Mikael NouguchiÚtgevari: Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2010Síður: 190 síðurFloksstøði: 8. fl okk +Evni: Ungdómur / Kærleiki / Vvinarlag / Vónloysi / RæðslaLýsing: Grafi sk ungdómsskaldsøga. Snøgg og ógvuslig við

originalum tema. Tað, sum ger hesa søguna til nakað heilt serligt frásøguliga, er, at livandi og dramatisku svart-hvítu tekningarnar siga lesaranum tað, sum Dávið ikki sigur. Hetta ger bókina framúrskarandi.

010

Vónloysi / Ræðsla

NÝTT

Elskar - elskar ikkiHøvundur: YmsirÚtgevari: Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2010Síður: 200 síðurFloksstøði: 9.-10. fl okkEvni: Kærleiki / Vinir / Vón / Forelskilsi / Pør / SvikLýsing: Stuttsøgusavn. Stuttsøgusavn við 10 stuttsøgum, ið

er úrslit av samstarvi millum øll Norðurlond. Søgurnar eru um kærleika. Lukkuligur og ólukkuligur kærleiki, um at vera samkyndur og forelskaður, um at verða forfylgd av einum, sum heldur seg elska teg, men sum í grundini bara vil hava tamarhald á tær, um umstøður, sum gera, at tú meira enn nakrantíð hevur kærleika fyri neyðini.

010

Pør / Svik

NÝTT

Landsmiðstøðin - føroysk fl okssett

9

NÝTTNorska LøvaHøvundur: Jógvan IsaksenÚtgevari: Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2010Síður: 268 síðurFloksstøði: 10. fl okk +Evni: KrimiLýsing: Krimisøga. Færøernes Mellem- og Realskole er í

mai 1935 á útferð í Lamba fyri at síg gja og hoyra um útgrevsturin eftir Norsku Løvu, sum fór á land nýggjársaftan 1707. Á útferðini hvørvur ein fjúrtan ára gamal drongur. 75 ár seinni biður beiggi drongin Hannis Martinsson um at hjálpa sær við at fáa greiðu á málinum. Hannis hevur ikki stórar vónir um at fi nna tað stóra so mong ár eftir, men brátt er hann fl øktur í eina røð av ósvaraðum spurningum og deyða.

Tema við slankumHøvundur: Sólrún MichelsenÚtgevari: Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2007Síður: 118 síðurFloksstøði: 10. fl okkur +Fløga: Er at fáa sum ljóðbók.Evni: Gentur / KvinnurLýsing: “Tema við Slankum” er samansett av søgum, um

snara uttan um gentuna og kvinnuna, sum alt lívið situr handan rimar. Les eisini um tað heita hjarta, himm alstigan og mangt annað. Tær einstøku søgur-nar eru bæði ein heild í sjálvum sær, men hanga um somu tíð saman sum perlur á strái.

7 dagar í helviti Høvundur: Rannvá Næs HoydalMyndir: Herdis JakobsenÚtgevari: Føroya Lærarafelag, 2009Síður: 50Floksstøði: 7.-9. fl okkurEvni: Ræðusøgur / Vampýrar / FøroyarLýsing: “Eg hugsi ikki um nakað anna enn lokkandi angan, tá

eg eins og smokki saman og liggi á øllum fýra. Blóðið,

eg føli undir fi ngrum mínum, er lunkað. Ikki hugsi eg

um, at fólk standa yvir mær og hyggja.”

Tá ið KT-depilin í 2008 skipaði fyri søgukapping fyri næmingum í 7. og 8. fl okki, var ein søga, ið skaraði framúr. Dómsnevndin var samd um, at hetta var ein framúrskarandi rithøvundur. Rithøvundurin var 14 ára gamla Rannvá Næs Hoydal.

Landsmiðstøðin - føroysk fl okssett