28
Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,- Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani Óli Samró gransk- ar í Hollandi Óli skipar fyri altjóða ráðstevnu komandi ár. Síða 2 Vit hava frásøgn um Gazet Patursson, sum gjørdi urtagarðsvirksemi lønandi. Eisini var hann ein granskari av Guds náði. Vit kunnu vísa myndir av sjáldsomum plantum og summarfuglum, sum hann savnaði. Lýsing av eftirlitsvirkseminum hjá løgmanni Síða 8 Síða 21 40 ár síðan Syðradalsbáturin gekk burtur Vit hava frásøgn frá minningarhaldinum á Syðradali. Síða 18 Sildarok á Skálafjørðinum Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Skelja- ráðstevnan Víst hava gomlu føroyingarnir etið agn! Síða 13 Síða 26 Síða 4

Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-

Avtøkan av rættarsamfelagnumgongur sum smurt

Gazet í Kirkjubø staðfestigullaks fyri 100 árum síðani

Óli Samró gransk-ar í HollandiÓli skipar fyri altjóðaráðstevnu komandi ár.

Síða 2

Vit hava frásøgn um Gazet Patursson, sum gjørdiurtagarðsvirksemi lønandi. Eisini var hann eingranskari av Guds náði. Vit kunnu vísa myndir avsjáldsomum plantum og summarfuglum, sum hann savnaði.

Lýsing av eftirlitsvirkseminum hjá løgmanni Síða 8

Síða 21

40 ár síðanSyðradalsbáturingekk burturVit hava frásøgn fráminningarhaldinum áSyðradali.

Síða 18

Sildarok áSkálafjørðinum

Grønlandstíðindifrá Kára við Stein

Skelja-ráðstevnanVíst hava gomluføroyingarniretið agn!

Síða 13

Síða 26

Síða 4

Page 2: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Sum kunnugt var einnorðurlendsk skeljaráð-stevna í Havn seinastavikuskifti. Fyriskipari var

Birgir Enni "maðurin oghavið" og Árni Nicolaj-sen, biologur. Endamáliðvið ráðstevnuni var at

gera støðuna upp viðvíkj-andi skeljadjórum í teim-um ymisku norðanlond-unum og at meta ummøguleikarnar framyvir.

Stevnan varð sett fríggja-dagin kl. 17 av Hjalta íJákupsstovu, sum stutt

greiddi frá teimum skelj-um, sum eru undir Føroy-um, og sum nakað verðurgjørt burtur úr.

Tað mest vinnuliga erhummari og jákupsskel,sum gevur fitt av virksemií landinum.

Síðan greiddu ymiskføroysk umboð frá botni,streymi, æti og veðriundir Føroyum, og dent-ur varð lagdur á viður-skifti, sum høvdu vit skelj-ar at gera.

Framúr fiskasúpanÍ fundarsteðginum fríggja-kvøldið varð borðrett viðfiskasúpan, og sigast má,at henda smakkaði frálíkavæl. Kom at hugsa um, atfyri nøkrum árum síðanvar ein verkætlan í Føroy-um um framleiðslu avfiskasúpan. Tað er merki-ligt, at einki skuldi komaburtur úr hesi ætlan, táein kann royna hvussuvæl fiskasúpan kannsmakka.

Leygardagin var ein røðav fyrilestrum, har greittvarð frá royndunum avskeljavinnu í norðanlond-um, og har eisini var tos-að um møguleikarnar fyrisamstarv á søluøkinum.

Tá tey ótukrækling á OyriHer vóru eisini føroyskirfyrilestrar, og fara vit attríva eitt sindur í fyrilest-urin hjá Sofus Poulsen,sum er stjóri á rækju- ogskeljavirkinum á Oyri.

Her fekst okkurt stutt-ligt at vita. M.a. hvussufólk hava sæð uppá kræk-ling í gomlum døgumnorðuri í Sundalagnum.Vit hava ikki hoyrt umannað enn, at kræklingurvarð nýttur sum agn, ogat føroyingar ikki vilduseta seg so lágt,at teir faraat eta agn ella fiskaføði.Men soleiðis var ikki áOyri. Her í Sundalagnumvar allar dagar, mennminnast, ein "kræklinga-banki", har fólk av stað-num fekk sær krækling tilmatna. Hesin banki var sonógv verdur,at hann gekkupp ímóti eini mørk íjørð! Men so komu út-róðrarmenn eftir, at kræk-

Jóan Pauli Joensen greiddi frá føroyskum matvan-um. Skemtliga sum vanligt.

Arne Nørrevang greiddi frá botninum undirFøroyum.

Primus motor á skeljaøkinum er Birgir Enni, oghann var eisini við til at skipa fyri ráðstevnuni.

Skeljaráðstevnan

Page 3: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 3Nr. 306 - 27. november 2003

lingur var góður til agn.Tá komu teir aðra staðnifrá og rændu ikki bertkræklingin, men eisinigrundarlagið fyri, at hannkundi endurnýggja seg,og hetta varð gjørt sodyggiliga, at enn tann dagí dag livir ikki kræklingurher.

Annars hava teir havtmerkiligar matvanar harnorðuri.Teir saltaðu tjøld-ur uppí tunnur og høvdutey sum vetraføði. Menhetta var áðrenn tjaldriðrættiliga gjørdist tjóðfugl-ur!

Men føroyska skelja-vinnan kom at liggja harnorðuri. Hetta byrjaði viðO.C. Joensen, abba Ed-mund, í 1890. Fiskivinnu-virksemið byrjaði í 1957við keypinum av "AgnesLouise", sum seinni gjørd-

ist ímyndin av eini polit-iskari samgongu og ávís-um løgmanni, sum kanskaikki var so galin kortini!

Umleið 1970 varð byrj-að at dreggja eftir skelj-um, fyrst við "Poppy" ogseinni við "Norðheim".Tað skal sigast, at fleirihava roynt tað sama, mentað eru bert Oyramenn,sum eru eftir. Hetta gekkso mikið væl,at í 1986 varfarið í holt við at byggjarækjuvirki.

O.C. Joensen er í dagein av stóru fyritøkunumí landinum.Teir útfluttu ífjør fyri 165 mill, hóastkreppuna í rækjuvinnuni.Tað er óneyðugt at siga,atvirkið hevur sera stóranarbeiðsskapandi týdning íhesum økinum.

Framleiðslan av skelj-um eru um 4.000 árliga.

Tað kann skifta frá ár til árav veðri og tílíkum. Veitthevur verið mest eystan-fyri, men roynt hevur eis-ini verið norðanfyri. Menher hava skeljarnar fyriein stóran part verið tóm-ar og virðisleysar.Hetta ertað sum hendir, tá skelinverður veidd "ov seint".So kanska er her eitt til-feingi sum fer til spillis.Kanska kann nakað ger-ast her, men tað eigur atverða gjørt í samstarvi viðútróðrarmenn, so teir ikkiføla seg nervaðar.

Ivasamt viðkræklingiEitt, sum hevur verið um-røtt, er møguleikarnir fyriat ala krækling. Hetta erneyvan so lætt sum atsiga tað.Taka vit Noreg,soala teir bert eini 2.000 t.

av heilum kræklingi ár-liga, og hetta er nærumeinki. Tað einasta landið,sum fær tað at bera til viðkræklingi, er Hetland.Men her hava teir einsera stóran heimamarkna,og er tað fyrst restin avStórabretlandi og síðanES. Men hildið verður tó,at uppá sikt kunnu veramøguleikar, tí tey stórukræklingalondini í EShava bert avmarkaðarmøguleikar at økja teirraframleiðslu. So økist for-brúkið kann hetta skapaokkum møguleikar.

Aðrir møguleikarTað var einaferð, at FF varvið í royndum at fáa nak-að burtur úr igulker. Taðkom ikki nógv burtur úrtí.Men tað sigst, at sovæl íÍslandi sum í Noregi,havateir ikki slept endanum.Tað verða eisini royndirgjørdar í Føroyum at fføøððaaigulker.

Men annars verður sagt,at tað, sum mest er til avbotndjórum inni á firð-unum, er sjópylsa. Spurn-ingurin kom eisini fram áfundinum um, hvørjirmøguleikar eru her. Taðber illa til at siga nakaðvist um tað.

Men í okkara frásagn-um úr Sitka í Alaskakundu vit greiða frá, ather fáa teir fitt burtur úrsjópylsu við at kava eftirteimum. Summir hava taðsum ítrív, meðan aðrirhava tað sum fulltíðar-vinnu og fáa heilt nógvburtur úr.Vit hava nú sentfyrispurning til Alaska atfáa kannað, um tað ersama slag av sjópylsum,sum vit hava.

Eitt evni er eisini krabb-ar, har tað tykist, at menneru rættuliga bjartskygd-ir.Nógv hevur verið royntí Føroyum, uttan at nakaðserligt er komið burturúr.Men nú er tað tó komiðso langt, at menn ætla atfara at veiða krabba uppáat virka og frysta hannumborð. Tað ljóðar seraspennandi.

Leygarkvøldið var "fiska-veitsla" í Müller’s pakk-húsi, har borðreitt varðbert við fiska- og skelja-mati.Tað smakkaði óført.

Samanumtikið kann sig-ast, at nú tað kanska fer at

ganga omanbrekku í Før-oyum, eiga vit at taka tátt-in upp við at troyta allarteir møguleikar sum finn-ast, eisini á hesum øki-num.

Hjalmar Hátún greiddifrá veðurvánum ikki áhavinum men í hav-inum.

Her eru tveir gamlir sjógarpar. T.v. er Bjarni Peter-sen, sum er ein av veteranunum í rækjuveiðuni.Tað er ikki nakað dulsmál, at hann kennir seg illaviðfarnan í málinum um "Arctic Viking". Høgru-megin er Leif Nolsøe.Hann var fiskiklógv við Cuba-trolaranum í fleiri ár. Síðan hevur hann roynt eittsindur av hvørjum. Hann hevur fiskað við russisk-um trolara í Kyrrahavinum. Nú er hann skipari áeinum trolara á stødd við okkara verksmiðjutrol-arar, úr Suðurafrika, sum fiskar rossamakrel vest-anfyri Afrika.Manningin er 48, og Leif letur væl at.

Torleivur Hoydal, skipasýnismaður og Hans Andre-as Joensen, reiðari og skipari við hugflogi.

Sofus Poulsen, er stjóri áOyri, og greiddu frá søg-uni við jákupsskel.

Her hava vit part av unga ættarliðnum, sum eisini var umboðað á ráðstevnuni.Frá høgru er tað fyrst Heðin Jacobsen, sum arbeiðir á smoltstøðini í Svínoy.Síð-an Magnus Joensen úr Kollafirði, sum júst nú arbeiðir við tveimum verkætlan-um. Onnur er viðvíkjandi økologiskari aling, og hin er við umhvørvismerkingav fiskavørum. Leif av Reyni skuldi verið tryggjaður eina framtíð sum bilsølu-maður. Men hann hevði betri hug til fisk, og hann hevur fingið sær holla út-búgving innan aling, har hann eisini arbeiðir nú.

Fundarfólk.

Skeljamáltíð.Væl sær tað út.

Page 4: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 4 Nr. 306 - 27. november 2003

Vit frætta dag fyri dag, hvat ið er hent í Grønlandi.

10. novemberÍ dag eru -11,6 stig,og eittlot av eystri. Í morgun láfyrrverandi Signabøtrolar-in "Ocean Pride", nú"Newfoundland Pioneer"frá St. Johns, við bryggju.Teir vóru komnir inn hig-ar at leggja gott 340 tonsav svartkalva upp. Svart-kalvin er heysaður ogsporlið skorið av.Síðani erhann heilfrystur. Tað fæstein prísur millum 22-25kr. pr. kilo. Teir hava um40 tons av svartkalva-høvdum. Fyri tey fáa teirimillum 10-12 pr. kg. Teirrokna við at sigla í morginfyri døgurða. Maskin-meistarin er nólsoyingurog kemur úr Havn. Í kvøldvar sagt, í teirri Grønlend-sku TV-avísuni, at RoyalGreenland og KNAPKvóru blivnir samdir umnýggjan krabbaprís, sumer hækkaður frá 14 kr. kgí 17 kr. kg. Hetta er fyri atroyna at halda bátunumtil, so at virkini í Asiaat ogSisimiut kunnu koyra áriðút.Teir vóna at fáa um 300tons av krabba restina avárinum.

Í dag skrivar Grønlands-posturin nr.87,at frá í dag10. nov., hevur RoyalGreenland sett nýggjarprísir fyri ísaðar rækjurfyri limir í KNAPK.

Teir eru pr. kg.:

Avreiðingarprísinir eruuttan møguligt prísískoytifrá landskassanum. Hesirnýggju prísir galda framtil 10. nov 2004, menkunnu uppsigast við ein-um mánaða ávaring

Partarnir hava skrivaðundir uppá, at trolarnirsjálvir syrgja fyri lossingframyvir, og at RoyalGreenland stillar trukkarog krana tøkar til lossing-ina.

Um so er, at TAC ikkiverður uppfiskað á vanlig-an hátt, so eru RoyalGreenland og KNAPKsamdir, at samstarva viðLandsstýrið um at fáakvotuna uppfiskaða, og atKNAPK móttekur 0,15oyru fyri pr. kg fyri tærrækjur, sum vera avreidd-ar tá.Hesi 0,15 oyru skulufara í grunnin hjá KNAPK,sum er fiskimanna- ogveiðumannafelagið.

13. novemberÍ dag eru -2,5 stig og stilli.

"Lómur" kom inn atlanda í morgun.Teir havagott 80 tons inni av ísað-um rækjum. Teir fóru útleygardagin. Og so komein norskur línubátur"Frøyanes" úr Måløy inn.Teir fiskað svartkalva ícanadiskum sjógvi. Skipiðer 3 ára gamalt og góðar40 metur langt. Eitt snøgt

skip at síggja til. Eg legðitil merkis, at motorurinliggur har frammi í skip-inum. Skorsteinurin var íformastrini. Teir kunnulasta 400 tons av frystumsvartkalva.Teir hava gjørtein túr, og hetta er annartúrurin.Teir hava um 100tons inni. Teir komu innvið einum sjúkum manni.Teir fóru út aftur seinna-partin, og fingu manninút aftur við.

14. novemberÍ dag er -4,7 stig og stilli.Ein skeljabátur kom innat landa í dag.Teir hava 24tons inni fyri túrin; eingóður fongur.

18. novemberÍ dag kom "Nanok Trawl"inn at landa. Teir havaknapt 400 tons inni. Teirfóru úr Danmark 12. okt.og byrjaðu í Eysturgrøn-landi, men góvust. Har varso at siga onki at fáa.Taðsum fingið er, hava teirveitt her út fyri.

"Kinguq" frá Halifax erkomin inn at bunkra.Teirvóru á veg suður eftir atroyna, men tangaskipið,sum teir plaga at bunkrafrá, var nakað sunnarlaga.Tí komu teir inn higar.Teir høvdu roynt í 4 dagarog høvdu 50 tons inni.Við"Kinguq" eru 3 føroying-ar.

19. novemberÍ dag eru -4,7 stig og eittlítið lot av norði. "Lómur"kom inn at landa í dag.Teir hava gott 60 tonsinni. "Nanok Trawl" fórnýggjan túr í dag, og"Lómur" fór út afturnýggjan túr í kvøld.

Grønlandsposturin skriv-ar týsdag 18. nov., nr 89,grein við hesi yvirskrivt:

Reiðararnir hava taðgott, men tað hevur sam-felagið ikki.

Landið fær ov lítið afturav allari rækjukvotuni ellaReyðargullinum úr hav-inum,sum tað verður kall-að. Tað er skattaborgarinsum má gjalda fyri feilin,sum politikkarnir gjørdu í1990, tá teir góðu 5 reið-arum, sum hava 7 rækju-trolarar, teirra loyvir.Skatt-ur og gjøld, sum reiðaríinigjalda, er ikki nóg mikiðat gjalda útreiðslur, sumsamfelagið hevur av vinn-uni. Her verður hugsaðum fiskiveiðueftirlit, fiski-frøðiliga ráðgeving ogøkjandi umsiting. Bert

eftirlitið kostar 20 mill. ár-liga. Umframt kemur dan-ska eftirlitið, sum erókeypis fyri heimastýrið.Reiðaríini hava í fjør gold-ið 23 mill. í skattum og av-gjøldum. Hetta er einupphædd, sum teir deilasaman við teimun neyð-ars fiskimonnum. Reiðar-arnir njóta gott av teirrilagaligu avskrivingarlóg,sum er í Grønlandi. Teir

hava fingið útsett gjald-ingina av eini skattaupp-hædd uppá 250 mill. kr.

22. novemberÍ dag er +1,1 stig ogstormur av útsynningi,sunnan við regni og váta-kava.Tað byrjaði í gjár viðsama veðri. Allur smátrol-ara flotin kom inn fyriveður.

Prima- Sekunda-kvalitet kvalitet

Ekstra Stórar 9,70 4,60Stórar 9,50 4,50 Millum 7,25 3,38Smáar 3,50 1,50Serliga smáar 2,00 1,00

Takka fyri FF-blaðiðTann 23.november fekk Kári hendan teldupostin frá føroyingunum við "Kil-iutaq".Vit loyva okkum at endurgeva hann, sum hann stendur:

Her er ein lítil heilsan til tín og Fiskimannablaðið, áðrenn vit fara heim íjólafrí.

Sum tað fyrsta, vilja vit takka fyri møguleikan, vit fingu, at fáa blaðið á al-nótini.Tað er ótrúliga hugaligt at kunna seta seg niður, tað veri seg á brúnni,verksmiðjuni ella í kontrolrúminun at lesa Fiskimannablaðið. Sum altíð, ertað áhugaverdur lesnaður við tí, sum rørir seg í tí føroyska samfelagnum. Ogso eru altíð aktuellar frásøgnir frá fyrrverandi fiskimonnum, og ikki minsttíðindini frá tær (Kára).

Okkara útmynstring byrjaði 24. sep.,og hava vit higartil verið inni og land-að tríggjar ferðir.

Vit skula inn til Nuuk at lossa ta síðstu lastina á hesum sinni mánadagin 1.des.

2. des. flúgva vit heim at halda frí, og samstundis er tað okkara lutur athalda jólini heima í ár.

Vit hava verið ríkiliga vælsignaðir vid góðum fiskarí hetta tíðarskeiðið, vithava verið umborð.Alt annað líka koma vit at røkka 1300 tons, áðrenn vitfara heim.

Sjálvt um hettar hevur verið ein heysttúrur, og tað ikki altíð skal roknastvið besta veðri, hava vit so at siga kunnað roynt ótarnaðir.

Tann eini av okkara túrum vardi bert knapt 12 dagar. Vit kastaðu fyrstuferð um middagsleitið tann 29. okt. og hálaðu síðstu ferð sunnukvøldið tann9. nov.Tá vóru 345 tons komin í lastina.

Tað bleiv ikki brotið vakt ein einasta dag, so við 23 monnum umbord, mátað sigast at vera nakrir óførir fiskarar, sum vit hava. Í miðal fóru yvir 30 tonsniður um samdøgrið.

Tað er við takksemi, at vit fara heim at halda frí, og kunna gevast fyri árið2003.Vit kunnu líta aftur um bak og síggja,at tað higartil í ár eru knapt 6.000tons farin um lúnningina á tí skjótt gomlu skútuni "Kiliutaq" – ikki so galið.

Annars vilja vit her frá "Kiliutaq", ynskja øllum sjómonnum við familjuburtri sum heima, tær við familju og tykkum á Fiskimannablaðnum, einigleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár.

Kiliutaq.

Vit takka somuleiðisVit í fiskimannafelagnum og FF-blaðnum takka somuleiðis og sendasomu heilsanir aftur. Tað er stuttligt at kunna skriva, tá tað verður sovæl móttikið.

FF-Blaðið– á sjógvi og á landi –

www.fiskimannafelag.fo

Einkjur og einkjumenn við børnum, ið eru16 ár og yngri, hava aftur í ár høvi at søkjaEinkjugrunn Føroya um fíggjarligan stuðul.

Umsóknarblað fæst við at venda sær tilFøroya Sparikassa, Stjórnarskrivstovan, Tlf.348 000, Fax 348 400 ella via teldupost-adressu: [email protected]

Freistin at søkja er 1. desember 2003.

EEiinnkkjjuuggrruunnnnuurr FFøørrooyyaa

Í seinasta blaði, varárstalið, tá kistan hjáommu Hjørdis Há-berg var gjørd, komiðskeivt fyri. Kistan vargjørd í 1784 og ikki í1862.

Rætting

Page 5: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 5Nr. 306 - 27. november 2003

Vit hava fleiri ferðir lýsteftir, um nakar man kenn-ast við hesa myndina,sum vit hava lænt fráHjørdis Háberg. Tað vísirseg, at hetta er Reyðibát-ur, sum synirnir hjá Jørg-en av Nesi áttu. Helstmunnu tað vera teir, summanna bátin, men tað erringt at staðfesta hettaaftaná so langa tíð.

Annars var tað upp-runaliga á Nesi so, at taðvar tað prósturin, sum áttibátarnar í bygdini, oghann var tí eitt slag avreiðara. Men einaferðmátti tað henda, at mennfingu sær bát sjálvir, soteir kundu ráða sær sjálv-um.Tað vóru synirnir hjáJørgen, sum gingu á oddaher. Hetta var ikki vældámt av próstinum atbyrja við, men tað máttihann sjálvsagt sum fráleið lata sær lynda.

Annars sær tað út, sumat báturin liggur í Havn-ini, har teir kanska havaverið og avreitt ella veriðonkur ørindi.

Sum víst á, í seinastablaði,var Jørgen úrmæling-

ur á sjónum og tað samavóru synirnir. Tað kundikanska verið á eini leið atgreitt frá, hvat Anna Even-sen, próstakonan, hevðiat siga um Jørgen í sínumendurminningum:

Jørgen, dendygtige BaadførerEn Gang, for mange Aarsiden, skulde der hentesen Læge fra Thorshavn tilNæs. En ung Mand, Jør-gen, sejlede efter ham.Paa Tilbagevejen, kæntre-de Baaden og begge faldti Vandet.Den 16-17 aarigeJørgen, reddede Lægenog svømmede med hamhen til en Klippe, der rag-ede op af Vandet. Heldig-vis havde man observertUlykken inde fra Land, ogder kom saa en "otte-mandsfarer" ud og bjerg-ede dem. Senere blev Jør-gen gift og fik en seks,syvsønner, og en af demførte vor Baad, naar viskulde til Thorshavn.Hændte det, at vi skuldeud paa en længere Tur ogGamle Jørgen var med,sang han altid en Salme,

naar vi stødte fra Land. "IJesu Navn saa farer vi".Medens den blev sunget,sad Jørgen og de andreRoere med blottet Hov-ed. Det var saadan ensmuk skik. I Reglen sangalle Fiskere denne Salme,

naar de sejlede ud. Komde i Havsnød, lovede deKirken i Vaag paa Suderø,Offergaver, som RegelPenge. Mange Aar efter,kuldsejlede Jørgen ogdruknede, han der var enaf Færøernes dygtigste

Mænd til at manøvrereBaade i de farlige Far-vande. En Gang ved Jule-tid skulde min DatterElisabeth og jeg til Thors-havn. Vor baad blev sat iVandet og bemandet medde 6-8 Mænd, der plejede

at ro vor Baad (de roedeefter Tur). Jørgens Søn,der var Fmd. for Roerne,var meget dygtig og detvar ingen Sag at sejle.

Talan er um Reyðabát

Page 6: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Nú er 8.og seinasta bókinhjá Jógvan Arge um okk-ara virksemi við og í Grøn-landi komin út. Og sigastkann samanumtikið, athetta er eitt væla verk,sum lýsir ein stóran partav okkara fiskivinnusøgu.Við nógvum øðrum bók-um, sum eru komnar útum okkara fiskivinnu,verð-ur størri og størri parturav henni kortløgd. Hettamerkir, at søgan verðurvarðveitt fyri eftirtíðina.Tað kunnu ganga ikki sonógv ár, til eingin minnisthesa tíð, og tá er gott atkunna finna hetta fram

aftur.Sjálvur minnist eg, – og

í hvussu er tey, sum erueldri – í høvuðsheitumhesa søguna, men tað erunógvir smálutir, sum komafyri ein dag í eini slíkaribókarøð.

Ein tann fremstagrundgevinginfyri sambandiHvussu nógv kann broyt-ast í hesum lutfalsligastutta tíðarskeiðnum, erGrønland eitt gott dømium. Tá eg byrjaði at fáaáhuga fyri politikki ogsamfelagsviðurskiftum í

50-árunum, plagdi tað atvera tvinnar høvuðsgrund-gevingar hjá sambands-og javnaðarflokkinum fyriat halda fast við samband-ið við Danmark. Onnurvar tann danski stuðulin.Seinast í 1950-unum varfíggjarlógin 15 mill, ogdanski stuðulin var 10mill. "Og hvussu skulu vitnakrantíð kunna gjaldahesar 10 mill?", var spurn-ingurin millum manna. Ídag er fíggjarlógin meiraenn 200 ferðir so høg,ellaomanfyri 3.000 milliónir.

Hin grundgevingin vórutey rættindi,sum vit høvdu

í Grønlandi takkað veriríkisfelagsskapinum.Mistuvit tey, so var deyðin ídurunum. Tað gingu bertfá ár, so vóru tey søga.

Hendan seinasta bókinhjá Jógvani umrøður jústhesi seinastu árini, tá taðgekk sjón fyri søgn, at íGrønlandi var einki atheinta, ríkisfelagsskap-inum fyri at takka.

PortugalstrolararnirÍ bókini eru fleiri kapitlar,sum umrøða avgerandihendingar í okkara fiski-vinnusøgu. Tann fyrsta,sum verður umrødd, er

søgan um portugalstrolar-arnar. Júst henda søganvísir eisini, hvussu nógvið er broytt hesa tíðina.

Vit stóðu jú seinast í 50-unum í teirri støðu, at vitmáttu gera nakað serligtfyri at fáa ein endurnýggj-aðan fiskiflota. Hetta fekkHákun Djurhuus, táver-andi landsstýrismann, atbíleggja tríggjar nýggjartrolarar í Portugal. Hettahevði eingin landsstýris-maður kunnað droymtum í dag, men tað varneyðin, sum noyddimyndugleikarnar at takaslík stig. Stigið var eisini í

lagi, men har komu fleirimeinbogar í vegin. Annarvar, at trolararnir gjørdustnógv dýrari enn ætlað.Teir skuldu kosta 3,8 mill,men komu at kosta 6mill. Hetta var í eini tíð, tátímalønin var um 5 kr,meðan hon í dag táttarupp móti teimum 100.Hetta vildi í dag svarað tileinar 100 mill., ella taðsama sum ein stórur ring-nótabátur. Men verri var,at vald vórðu spøl, sumriggaðu illa. Og hetta ernakað sum hevur týdningfyri ein trolara. Teir fóruat eksperimentera við

Síða 6 Nr. 306 - 27. november 2003

Ummæli av "Teir tóku land":

Søgan um Grønland

Hetta var einaferð okkara!Luftmynd av Føroyingahavnini.

Fyrsti báturin er sloppin inn í skúrin í Dagmarsvík, men høgt er upp fyri.Fleiriskúrar eru undirkavaðir.

Tað vóru eisini nógvar kvinnur í Grønlandi.Hesar vóru í Ravnsoynni, har tæreru inni hjá kontrollørinum. Hesar eru: Anna Johannesen, Skopun, Julia Høj-gaard, Toftir og Hanna Jacobsen, Sørvágur.

Page 7: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 7Nr. 306 - 27. november 2003

elektriskum spølum, sumvist ikki høvdu veriðroynd av slíkum trolarumáður.

Hesir trolarar eru núeisini søga. Tann eini avteimum,"Vágbingur",end-aði sum sjónleikarhús ogmatstova í Stockholm.

Sorgarleikurin við"Nólsoyar Páll"Síðan kunnu vit enn eina-ferð lesa um eina ta mestsyrgiligu hending í okk-ara skipasøgu í nógv ár,og hetta var hendinginvið "Nólsoyar Páll" í 1967.Skipið fekk ein sjógv ogtað fekk stóra slagsíðu.Hetta fekk menn at fara íbjargingarbátin. Men tilalla lukku vóru tað bertfýra mans, sum fóru,meðan tað miseydnaðisthjá einum fimta manni.Tað eydnaðist at rættaskipið uppaftur, og taðkom aftur til lands við øll-um hinum monnunm.Men gummibáturin viðteimum fýra monnunumvarð ikki afturfunnin, hó-ast væl og virðiliga varðleitað. Hetta man vera einhending sum hevur elvttil stóra sálarkvøl. Og ikkiminst man hugsanin um,hvat hendi monnunumumborð, hava nervað teyavvarðandi og annars tey,sum vóru partar av hesihending.

Tá Føroyar máttusleppa síni koloniTað stóð nógv á føroying-um, áðrenn teir lótu Før-oyingahavnina fara. Taðvar kanska eitt sindurlættari við skipum og bát-um. Tá ikki meira var atfáa, mátti fiskiskapurinsteðga av sær sjálvum.Veiðuførini kundu júbrúkast aðra staðni. Øðr-vísi var við einum heilumbýi. Hann kundi jú ikkiflytast, og økið var jú"okkara". Tað økið, ein

hevur fingið, sleppur einikki so lætt.Tí gav løgting-ið eisini ár eftir ár veð-hald fyri at kunnu varð-veita okkara "land" í Grøn-landi.

Minnist, at tann fyrstisum í tinginuim mutaðiímóti framhaldi av hesumveðhaldinum, var Finn-bogi Isaksen (nú Ísak-son). Tað varð roknaðsum nærum kettarí taferðina. Men, sum tannrealpolitikkari Finnbogivar, var hann tann fyrsti,sum dugdi at síggja, athetta var burturspilturpeningur.

Um hesar bøkur er atsiga,at her er helst megin-parturin við. Kanska held-ur onkur, at tað er gjørtov mikið av í so máta.Men hin vegin mugu vitásanna, at tað sum vildiligið eftir, fyri at gera taðstyttri, hevdi verið mistmed alla. Tí ger taðkanska ikki so nógv, atokkurt møguliga er nógso drúgført.

Ikki minni týdning hev-ur tað, at nógvar myndirfrá hesi tíð í okkara søgueru í hesum bókaverkigjørdar alment atkomilig-

ar. Vit vita, at tað liggureitt stórt ríkidømi í mynd-um ymsa staðni í land-inum, og tí er tað av týdn-ingi at flest møguligar avteimum koma fram í ljósið.

FramúrleitiorðskipanTað, sum ger bókarøðinaserstakliga nýtiliga er, ather er eitt sera gott yvirlityvir fólkanøvn, staðar-nøvn og skipa- og báta-nøvn.Hetta ger tað lætt atfinna fram til upplýsingar,ein sóknast eftir. Og hereru eisini ein hópur avnøvnum. Tað eru ikkifærri enn gott 10 síðurvið fólkanøvnum, og leys-liga roknað táttar í 1500fólkanøvn fyri øll 8 bind-ini. Hetta sigur nakað umhvussu nógvir persónar,ið hava verið partur í hesisøgu.

Her kunnu nevnastnøkur nøvn, som oftakoma fyri: Jens Pauli ogPoli í Dali, Eske Bruun,Jógvan Christiansen, Tór-stein Christiansen, PeturMohr Dam, Martin Ejdes-gaard, Hans Jacob Ellings-gaard, Magnus Fuglø, Jes-ar Jacobsen, í Búðini,

Richard Jacobsen, VictorJoensen, Birtu Lias, J FKjølbro, Tórálvur MohrOlsen, Niels W. Poulsen,Malmberg Simonsen,ClausSørensen, Kvívíkar Tumm-as og Jákup Fr. Øregaard.

Hetta er ein blandingurav fiski- og útróðrarmonn-um, politikkarum, vinnu-lívsmonnum og øðrum,bæði føroyingar og út-lendingar, sum vísabreiddina á bókarøðiniog okkara grønlandssøguyvirhøvur.

Skipanøvnini eru leys-liga tald eini 400 og báta-nøvnini út ímóti tí sama.

Skipanøvn, sum ofta

koma fyri, eru tey farma-skipini, sum førdu útróðr-armenninar til Grønlandsog heim aftur. Og her erserliga talan um "Blik" og"Karin K".

Vit kunnu skoyta einastuttliga søgu uppí. Eina-ferð var ætlanin, at sendafleiri hundrað mans til Ís-lands á sama hátt, summenn fóru til Grønlands,men Skipasýnið segðinei. Hetta kundu mennikki skilja. Ferðin til Grøn-lands var bæði longri ogvandamiklari, tá hugsaðvarð um ísvandan.

Men tá var svarið, atsigling til Grønlands var

innanríkissigling, meðanhon var uttanríkissiglingtil Íslands, og her vórunógv strangari trygdar-reglur! Tað skal nú sigast,at hetta hevði ikki kunn-að hent í dag.

Samanumtikið er talanum eitt dygdarverk, sumeigur at vera hvønnmans-ogn.

Nú kundi ein veriðfreistaður at heitt á Jógv-an um at nýtt sínar kreftirá hesum øki, har hannskarar framúr, heldur enntil politikk, men lat taðfara.

óó..

Og um ikki Henrik Old eisini hevur verið í Føroy-ingahavnini! Her saman við Elisabeth Thomassenúr Sørvági.

Her er ein bátur komin inn at avreiða.

Søgan um portugalstrolararnar er eisini við í seinastu bókini.Tá FF fylti 50 árí 1961, fekk felagið hetta modellið av trolarunum sum gávu.

Vit lovaðu herfyri okkara lesarum einasamrøðu við ein indianarahøvding íCanada. Hetta hevur drigið eitt sindurút, tí vit skuldu hava meira tilfar úrCanada. Hetta er so komið, og samrøð-an kemur í komandi blað.Vit kunnu íhvussu er lova, at hetta verður for-kunnugur lestur. Vit fáa eitt innlit íindianaramentan, sum kanska ikki ersæð á prenti í Føroyum áður. M.a.greiðir James Robertson frá, hvussuhann dugur at tosa við djórini.

Samrøðan fer eisini at hava nakaðvið fisk at gera. Vit fara at frætta,hvussu laksur er ein partur av indi-anskari mentan, eins og vit fara atfrætta um eitt hjá okkum ókent fiska-slag, sum eitur oolichan, sum eisini

hevur ein serligan týdning.Vit fara eisini í komandi blað at hava

fyrsta part av bátasøgu hjá Símun Jo-han Wolles av Eiði. Símun Johan hevurhavt tey serligu evni at minnast til,hvat menn hava greitt frá gjøgnum tíð-irnar. Ikki minst við bátum og báta-smíð. Hetta fáa okkara lesarar eisinigleði av.

Tað er allar møguligar orsøkir til atlesa komandi blað.

Indianarahøvdingurinkemur í komandi blað

Vit koma at hittaJames Robertson

aftur í komandi blað.

Page 8: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 8 Nr. 306 - 27. november 2003

Málið um persónsupplýs-ingar er ikki bert ein spurn-ingur um eina styrkiroyndmillum Astrup Hansen ogHøgna Hoydal, sum taðkann tykjast fyri almenn-ingin.

Hetta er fyrst ein spurn-ingur, um vit liva í einumrættarsamfelag ella ikki.T.v.s.um vit hava samfelag,sum verður rikið eftirskipaðum viðurskiftum,og har borgarin kannkenna seg tryggan um, athann fær tann rætt, sumhann eigur.

Men tað er neyvan dag-ur, har vit ikki fáa váttað,at tað gongur fyri seg einskipað avmontering av all-ari rættartrygd og – sið-venju í Føroyum.Og hettakunnu vit skriva um íhvørjum blað,uttan enntáat endurtaka okkum sjálv-ar.

Innlit í málið umpersónsupplýsingarVit hava fingið innlit í taðbrævaskifti, sum beint núhevur verið millum løg-mann og løgmálaráðiðum nevnda mál. Tað ein-asta, sum er komið framum málið, er, at løgmaðursegði seg vilja viðgerahetta mál við tí álvara,sum lá í tí! Hetta varðgjørd við brævi til løg-málaráðið. Og á tingfundiherfyri boðaði løgmaðurfrá, at hann hevði fingiðsvar, og at tað var nøkt-andi hvat rættartrygd við-víkir.

Hervið er so eitt ítøki-ligt dømi, um hvussu løg-maður røkir sína eftirlits-skyldu mótvegis lands-stýrismonnum.

Tann 28.oktober sendirløgmansskrivstovan løg-málaráðnum bræv, harsettir verða nakrir ítøki-ligir spurningar "um iva-spurningar um rættar-trygd", sum felagið Pen-ingastovnar vísa á í sínumbrævi til løgmann.

Longu tann 3. novemb-er er svar skrivað,sum tel-ur heilar fimm síður.

Støðið í hesum svariskal lýsast við bert at takabrot burtur úr. Annarsverður greinin ov long.

Álit hevur ikkirættargildiFyrst skal verða nevnt, atein stórur partur av grund-gevingunum eru úr ein-um áliti hjá rættarnevnd-ini.Tað er annars staðfestvið nógvum dómum, ateitt álit í einum løgtings-

máli hevur ikki rættar-gildi.Tað einasta, sum tel-ur í einum rættarmáli, er,hvat lógin sjálv sigur.Hetta hevur FF tapt eittmál uppá so seint sum ívár, hóast tað varð púragreitt út frá viðmerking-um, hvat ætlanin var viðlógini.

Hvør skal svíða fyrióbrúkiliga kunngerðTað fyrsta sum hevurtýdning í hesum máli er,at Høgni Hoydal ger einakunngerð 17. desember2001, har endamálið er atforða fyri at Elektron færloyvið, sum teir hava søktum...

Um hetta verður sagt íbrævinum frá løgmálaráð-num:

Eftir viðgerð av loyv-inum til Elektron, harElektron... fekk játtandiloyvi, boðaði Dátueftirlit-ið frá, at Dátueftirlitið

metti kunngerðina verðaógjørliga at umsita.Dátu-eftirlitið valdi í ítøkiligamálinum at síggja burt-ur frá kunngerðini oggav loyvi samb. lógini.

Um vit í fyrsta umfaritaka hetta fyri áljóðandi,so ásannar HH, at hannhevur gjørt eina kunn-gerð, sum eftir hansaraegnu útlegging, ikki út-greinar tingsins vilja. Taðskuldi sagt seg sjálvt, attað kann bert vera ein,sum hevur ábyrgdina avslíkum kleyvarskapi, sumhetta mál má sigast atvera. Og tað er HH sjálv-ur. Og hetta reisir tannsera áhugaverda spurningum tað veruliga ikki skalfáa avleiðingar fyri hhaannnn,,at hann hevur víst slíktdugnaloysi. Soleiðis vilditað verið í einum landi,har vanligar parlamentar-iskar mannagongdir erugaldandi.

Tað skuldi í hvussu erikki verið avvarðandi,borgari sum í einum rættar-samfelag sveið fyri eittmøguligt mistak hjá lands-stýrismanni. Men søganvísir, at tað er júst hettasum hendir.

Ikki allur sannleikinMen hetta er í hvussu erikki allur sannleikin. Íbrævi til Elektron tann13. juni 2002 sigur Dátu-eftirlitið:

Sum boðað frá í skrivi6. juni 2002, er Dátueftir-litið komið til ta niður-støðu, at kunngerð(in)...um flutning av persóns-upplýsingum til útlond,soleiðis sum hon er orð-að, ikki gevur greiðaheimild til at nokta Elek-tron at flyta persónsupp-lýsingar í Gjaldsskipan-ini til PBS í Danmark.

Hetta kann bert fatastsoleiðis, at tá kunngerðin

ikki forðar umrødda loyv-inum, so ggeevvuurr hon heim-ild til at geva givna loyvi.

Tað kann í hvussu erstaðfestast, at orðingin íbrævinum hjá løgmála-ráðnum, sigur ikki allansannleikan. Og tað er íhvussu so er ein snaring,tá løgmálaráðið snararorðingina hjá Dátueftirlit-inum um, at umrøddakunngerð ikki gav greiðaheimild til at nokta Elek-tron at flyta persónsupp-lýsingar til, at kunngerðinvar ómøgulig at umsita.

Skal tað vera so lætt:Bert at gera einanýggja kunngerðTað sum síðan hendir er,at eftir, at tað er staðfest,at HH hevur gjørt einakunngerð, sum av egnumdugnaloysi, ikki lýsir "ting-sins vilja", so ger hanneftir fleiri krummspringeina nýggja kunngerð,

sum nú loksins lýsir "ting-sins vilja". Og hon verðurso daterað hálvtannað áraftur í tíðina, nevniliga til1. januar 2002.

Tá tosað verður um lóg-gávu við afturvirkandigildi,og hetta má so eisinigalda kunngerðir, verðurskilt millum "begunstig-ende" og "bebyrdende"lóggávu.Tað fyrra merkir,at tað verða givin borgar-um rættindi við afturvirk-andi gildi. Hetta verðurviðurkent vera í lagi. Taðseinna er at taka rættindifrá borgarum við aftur-virkandi gildi, og verðurtað roknað fyri at vera íminsta lagi ein óskikkur,sum skipað samfeløg haldaseg frá.

"Tað sum vendirniður vendir upp"Tað er nærmast ræðandi,hvussu teir duga at snaraseg burtur úr hesum í løg-

Avtøkan av rættarsamfelagnumgongur sum smurt

Hetta er bert eeiitttt dømi av mongum um skipaða rættarloysið,sum rakar fiskimenn. Mál, sum FF hevur reist fyri nærum 5árum síðani, hevur felagið als ikki fingið svar uppá. Og hóastnú nærum 8 mánaðir eru gingnir síðani felagið fekk skrivligatilsøgn um svar, er einki komið enn. Hetta er sami myndugleiki,sum hevur eftirlit her og í málinum um Elektron.

Tað er ikki bert Elektron, sum svíður fyri almennarættarloysinum. Tað gera fiskimenn eisini!

Her er talan um eina heilt greiða tilsøgn til "borgara" frá einummyndugleika, sum hevur fingið heimild frá løgtinginum til tess.

Tilvildarliga snýr hetta mál seg um Elektron, men tað kundisnúð seg um hvønn sum helst. Í einum rættarsamfelag muguborgarar kunna líta á eina slíka treytaleysa tilsøgn, eisini umhon er givin "av misgávum". Er hetta hent má tað veratrupulleikin hjá tí, sum hevur givið loyvið, og ikki hjá tí, sumhevur fingið tað.

Men nú er tað staðfest, at stendur tað upp til føroyskarmyndugleikar, so kann iikkkkii roknast við einum slíkum loyvi.

Page 9: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 9Nr. 306 - 27. november 2003

málaráðnum. Sagt verðurí brævinum til løgmann:

Orsøkin til at kunn-gerðin hevur virknað frá1. januar 2002 er, at mettverður, at nýggja kunn-gerðin, sum verður sett ístaðin fyri ta gomlu, er tilfyrimuns fyri borgaran.Løgmálaráðið metir taðtískil vera hóskandi, atøll viðurskifti skulu met-ast eftir hesum nýggju ogfyrimunsgevandi reglum.

Hetta merkir, at ein slíkkunngerð, sum henda,kann forsvarast, tí hon ertil fyrimuns fyri borgaraní mun til eina kunngerð,sum samb. løgmálaráð-num sjálvum, ikki kannumsitast! Og hon er enn-tá til fyrimuns fyri borgar-an í eini avgerð, har játt-anin er grundað á sjálvalógina og ikki á umrøddukunngerð, hóast talan erum eina greiða skerjing.

Soleiðis kann altíð fá-ast bíløgd niðurstøðaHetta er í veruleikanumtað mest avdúkandi í hes-um brævaskifti. Tað av-dúkar einsamælt eina rætt-arfatan, sum skuldi fingiðhárini at reist seg hjáborgaranum. Kann taðbera til at snúgva seg so-leiðis burtur úr ein klart"bebyrdende" kunngerð,so er einki mark fyri, hvatkann gerast á øðrum økj-um eisini.

Hetta er annars eitt "frá-líkt" dømi um tað serfør-oysku løgfrøðina, sum vitso ofta hava víst á her íblaðnum. Tað ber til hjáeinum og hvørjum polit-iskum myndugleika at "bí-leggja" eina løgfrøðisliganiðurstøðu, har grund-gevingarnar bert eftir"hug en hæl og klip en tå"prinsippinum, verða lag-aðar til niðurstøðuna.

Henda framferðin ereisini fult út í samsvar viðfráboðanina hjá HH áheysti 2002, tá hannsamb.heimasíðuna hjá út-varpinum ikki helt, at "eittbrot á siðvenju í rættar-samfelagnum... hevur sonógv at týða í hesumsambandi."

Vit kunnu vátta, at taðer so sanniliga ikki berther, at tað verður tikið solætt uppá grundreglurnarí rættarsamfelagnum. Taðverður meira og meira al-mennur politikkur. Oghetta kennir fiskimanna-felagið serstakliga væl til.

Víðari sigur HH í somutíðindum:Tað hevur størritýdning, at virða lógir-nar, sum løgtingið hevursamtykt.

Til hetta er fyrst at siga,at løgmálaráðið júst førirfram, at givna loyvi er giv-ið júst samb. lógina umpersónsupplýsingar.Hettakundi bent á, at dátueftir-

litið ikki metir samsvar atvera millum lógina ogálitið í málinum.

Men sera behendugtnýtir HH viðmerkingar-nar, tá hann ikki kannnýta lógina.

Hvat telur meira:rættarsiðvenja ella"politiskur vilji"Og tað er so sanniliga eis-ini ein góður spurningur,hvat ið eigur at telja mest,"siðvenjan í einum rættar-samfelag" ella "politiskiviljin".

Júst umrødda raðfylgj-an hjá HH og landsstýr-inum sum so, hevur giviðtað úrslit, at rættarstøðaní landinum er sum hon er.Og tað er lætt at finnaræðandi úrslit av samahugburði úti í heimi bæðifyrr og nú.

Kann ikki roknastvið givnari tilsøgn?Fyri at koma aftur tilkunngerðina við aftur-virkandi gildi. Her sigurløgmálaráðið um sjónar-miðið um, at Dátueftirlit-ið á umrødda grundarlag,reelt hevur tikið loyviðaftur:

Til hetta kann við-merkjast, at tann aftur-virkandi týdningurin íviðgerðini, ikki sæst athava havt týdning fyriavgerðina hjá Dátueftir-litinum, av tí at avgerðinhjá Dátueftirlitinum fyriElektron, bert hevur virk-að frameftir, t.v.s. aftanáat kunngerðin er komin ígildi.

Hetta kann tað veranakað um. Men bert tað,at eitt løgmálaráð kannhava slík sjónarmið, skuldiso sanniliga verið grund-

arlag hjá løgmanni, atreisa aðrar spurningar.

Dátaeftirlitið hevur opin-bart fylgt teirri fyrisiting-arligu meginreglu, at taðber ikki til, at takað eittgivið loyvi aftur. Mengrundað á seinnu kunn-gerðina hjá HH, hevurráðið tikið ta avgerð, atseta avmarkingar í einumfyrr givnum treytaleysumloyvi.

Tað má vera ein sera av-gerandi spurningur, umhetta kann vera í samsvarvið ta rættartrygd, sumløgmaður hevur proklam-erað í higartil seks løg-mansrøðum.Men júst hes-in spurningur verður alsikki nevndur í brævinumfrá løgmálaráðnum.

Fyri tann, sum hevuráhuga í rættartrygd, kundiverið sera áhugavert atfingið eina frágreiðingum, hvussu hetta mál erøðrvísi enn eitt annað,eftir okkara tykki, líkn-andi mál, har fiskimála-ráðið fyrst hevði giviðborgara tilsøgn um studn-ing til eina verkætlan, fyriseinni at taka hana aftur,við eini grundgeving,sumikki varð umrødd í játt-ani, nevniliga at arbeiðiðikki varð gjørt í Føroyum.

Her sigur Føroya Rætt-ur í einum "tilkendegiv-else", sum hevði verðiðdómur, um ikki fiskimála-ráðið tók "játtandi tilorða" og givið seg undirhesi støðu:

Under henvisning tilat krav om arbejdets ud-

førelse på Færøerneikke er fastlagt i lov,bekendtgørelse ellerforarbejder

at der ikke er sat betingel-

ser herom i bevillings-skrivelsen, eller at dettydeligt er fremgåetsom en forudsætning

at afgørelsen er til skadefor sagsøgeren, idetdenne har stiftet sel-skabet og iværksatprojektet, delvis påbaggrund af den til-ladte finansiering ogde øgede indskuds- oglånemuligheder dettebevirkede, samt at derikke foreligger en væs-entlig begrundelse forsagsøgte (Fiskimála-ráðið), herunder atdet ikke ses at være envæsentlig ændring idet faktiske grundlag,findes betingelsernefor at tilbagekalde be-villingen ikke at væretil stede.

Her verður beinleiðis sagt,at ein tilsøgn frá almenn-um myndugleika er bind-andi. Men tann spurning-ur, sum hetta málið umpersónsupplýsingar reisirer,um tað er í samsvar viðgaldandi lóg ella við góð-an fyrisitingarsið, at settarverða aaffttaannáá slíkar treytirvið eitt "reint" og treyta-leyst loyvi, at loyvið sovið og við verður virðis-leyst. Hetta tykist at verabeinleiðis í stríð viðFøroya Rætt.

Hesar og fleri aðrarspurningar kundi løg-maður sett løgmálaráð-num, um hann veruligahevði farið inn í hettamál,við tí álvara,sum mál-ið kravdið,sum hann boð-aði frá.

Í staðin boðar hann frá,at svarið, sum veruligabert er ein slutur fyri einslatur, er nøktandi! Hetta

er bert ein váttan um tað,sum vit hava vitað framm-anundan, um eftirlitar-beiðið hjá løgmanni.

Rættarloysið rakareisini fiskimennHetta skipaða rættarloys-ið rakar sum sagt ikkibert Elektron. Sum vithava greitt frá í einumhópi av greinum, rakartað eisini fiskimenn ogteirra felag. Enntá sjúkirfiskimenn hava fingið frá-tikið teirra greiðu rætt-indi uttan málsviðgerðyvirhøvur. Fiskimenn erusettur uttan fyri alt sumeitur fyrisitingarlóg.

Hetta er gjørt eftir sama"leisti" fyri eftirlit, sum ímálinum um persóns-upplýsingar.

Megingrundreglan í um-siting og eftirlit er, "gården, så går den". Og tað"går" av teirri orsøk, at ítinginum er helst bert eintingmaður, sum hevur sofrægt av rættarkenslu, athann tekur rættarbrotupp.

Men úrslitið er, at taðverður nú meira og meirastaðfest, at borgarar skuluikki rokna við eini tilsøgnfrá einum almennum

myndugleika. Hetta erbeint í stríð við einamegingrundreglu í einumrættarsamfelag.

Tað er neyvan ivi um,atí hesum máli eru nógvirleysir endar. Tað er eisinigrund til at ivast í, ummálið er avgreitt samb.grundreglunum í einumrættarsamfelag.

Teir fremstu spruning-arnir eru hesir:1. Skal ein landsstýris-

maður, sum eftir egn-um upplýsingum ikkihevur gjørt sítt arbeiðitil lítar, kunna sleppasjálvur undan við atkoyra trupulleikan yvirtil avvarðandi "borg-ara".

2. Skal tað í heila tikiðkunna bera til, at borg-ari, sum fær eina til-søgn frá almennummyndugleika,skal missaella fáa avmarkað síttloyvi, soleiðis sumgreitt er frá.

Hesir spurningar eru alsikki viðgjørdir í politiskuskipanini, hóast teir eruav avgerandi týdningi ímetingini av, um vit havaeitt rættarsamfelag ellaikki.

Nú kann ein og hvør koma at skriva skeivt. Men tað er nú hugvekjandi og ísamsvar við ta fatan, sum ein annnars hevur av almennu rættartrygdini ílandinum, at ein avgerandi kunngerð í hesum máli ikki verður endurgivinrætt. Her verður enntá tvær ferðir víst til "Kunngerð nr. 152 frá 17. desember2002". Kunngerðin er annars frá 22000011.. Og hetta veit ein og hvør, sum hevurminstu fatan av hesum máli. Hetta hava tey opinbart ikki á løgmálaráðnum!

Hetta er grundgevingin fyri, at kunngerðin frá 16. juni 2003 er sett at galdaafturvirkandi frá 1. januar 2002.

Um ein ikki visti betur, hevði ein hildið, at hetta var "svart skemt".Fyrst hevurløgmálaráðið gjørt eina kunngerð, sum samb. teimum sjálvum ikki kann um-sitast, og sum tað tí verður sæð burtur frá í viðgerð av umsóknum.

Síðan verður gjørd ein nýggj kunngerð, sum er ætlað so ella so at tileinkis-gera tað loyvi, sum er givið.

Og nú sigur løgmálaráðið, at henda nýggja kunngerðin saktans kann gerastafturvirkandi, tí hon er til ffyyrriimmuunnss fyri borgaran í mun til kunngerðina frá17.desember 2001, sum ikki kundi umsitast, og sum tí als ikki hevur verið virkin!

Hetta metir løgmaður í sínum eftirliti av varaløgmanni at vera eina nøkt-andi frágreiðing!

Føroya Rættur:Bert lógin hevur týdning...Det fremgår af bemærkningerne til lagtings-loven, at reglen om færøsk bopæl blev indsat afhensyn til overensstemmelsen mellem indtægts-sikringen og skattepligten på Færøerne. BBee--mmæærrkknniinnggeerrnnee oomm sskkaatttteepplliiggtt hhaarr ddoogg iikkkkeeffuunnddeett uuddttrryykk ii sseellvvee lloovvtteekksstteenn,, oogg kkaann ddeerrffoorriikkkkee ttiillllææggggeess aaffggøørreennddee bbeettyyddnniinngg......

Hetta er bert eitt dømi, um hvønn rættarligantýdning viðmerkingar í einum lógaruppskoti hev-ur. Søgan er í stuttum, at løgtingið samtykti í 1997eina lógarbroyting, har bústaður í Føroyum var eintreyt fyri at fáa inntøkutrygd. Eitt úrslit var, at fiski-maður, sum rindaði fullan skatt í Føroyum, vegnahesa ásetan varð útilokaður frá inntøkutrygd.Hetta var ikki í samsvar við "løgtings vilja", har taðkundi prógvast at tað var skattingin av viðkom-andi, sum lá til grund fyri lógina.

Dómarin sigur, at hetta hevur ongan avgeranditýdning, tá "tingsins vilji" ikki sæst aftur í lógar-tekstinum. Hetta má sigast at vera eitt signal frárættinum um, at tað er í sjálvari lógini, at tingsinsvilji skal koma til sjóndar. Ger hann ikki tað er eittat gera, og tað er at broyta lógina.

Men hetta hevur ongan áhuga fyri teir ið standafyri serføroyska løgfrøði.Her er bert at fáa bílagt taløgfrøðisligu niðurstøðu, sum brúk er fyri!

Umsóknarbløð til grunnin fáast við at skriva til:PPoossttbbookkss 22111144,, FFOO--116655 AArrggiirr,, ella at ringja átlf. 316089 (svarar eftir arbeiðstíð) ella leggjaboð á telefonsvararan.

UUmmssóókknniirr ttiill hhjjáállppaarrggrruunnnniinn mmuugguu vveerraaggrruunnnniinnuumm íí hheennddii íí sseeiinnaassttaa llaaggii ttýýssddaaggiinn99.. ddeesseemmbbeerr 22000033..

Hjálpargrunnurin

Hjálpargrunnurin fyrióarbeiðsførar fiskimenn

Page 10: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Hóast tað, so heldur stjór-in, Jákup Mikkelsen, taðikki vera tíð til at taka særav løttum og hevur boðafrá broytingum fyri atbetra um arbeiðsgongd-ina og gera hana meiramunadygga. Frá 1. des.verður sølan av maskin-um, eykalutum, línum oghúkum samanløgd ogstjórna av einum persóni,heldur enn av trimum,sum skipanin er í løtuni.

Finn Baldvinsson átekursær hesar skyldur og er athitta á telefon 471115(fartelefon 223507). Upp-seting og umvælingarverða gjørdar av POMEK,sum sendir nakrar manstil Noregs at fáa særkunnleika og royndir.

Stórar broytingar erueisini nýliga gjørdar áhøvuðsdeildini hjá Mu-stad í Noregi. Bæði LeifErich Dørffel og Svein

Erik Bakke, sum fleiri før-oyingar hittu á framsýn-ingunum í vár og á fiski-vinnustevnuni í Runavík,eru farnir frá Mustad, ogJohn Ragnar Larsen hev-ur tikið ábyrgdina av søl-uni í Føroyum.

Poul Andrias Mikladalhevur fingið tøkk fyri síttgóða arbeiði at samskipamarknaðarføringina avMustad og at seta uppeina 24-tíma tænastu. Eis-

ini hevur hann gjørt eittgrundleggjandi arbeiðifyri at fáa Mustad umboð-

anina at virka. Henn held-ur fram sum marknaðar-leiðari á Kjølbro Heilsølu

við serligum atliti til at fáafyritøkui ISO9000 status.

Síða 10 Nr. 306 - 27. november 2003

KLAKSVÍKAR SJÚKRAHÚSFO-700 Klaksvík

SjúkrarøktarfrøðingarDeild A – kirurgisk seingjardeildSøkt verður eftir avloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing ífarloyvi frá 01.01.04 til 31.10.04.

Arbeiðstíðin er 40 tímar pr. viku í skiftandi vaktum.

Førleikakrøv: - Prógv og góðkenning sumsjúkrarøktarfrøðingur.

- Fakligan áhuga innankirurgiska sjúkrarøkt.

- Góð samstarvsevnir.- Ynskiligt er við royndum

innan økið.

Setanartreytir:- Løn og setanartreytir sambært sátt-mála millum Sjúkrarøktarfrøðinga-felag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til MarjunJoensen, deildarleiðara telefon 455463 lokal 519 ellaJonu Nielsen, fyristøðukvinnu lokal 106.

Deild M – medicinsk seingjardeildSøkt verður eftir avloysara fyri sjúkrarøktarfrøðing íbarnsburðarfarloyvi frá 01.01.04 til 31.08.04.

Arbeiðstíðin er 24 tímar pr. viku í skiftandi vaktum.

Førleikakrøv: - Prógv og góðkenning sumsjúkrarøktarfrøðingur.

- Fakligan áhuga innanmedicinska sjúkrarøkt.

- Góð samstarvsevni.- Ynskiligt er við royndum

innan økið.

Setanartreytir:- Løn og setanartreytir sambært sátt-mála millum Sjúkrarøktarfrøðinga-felag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til SynnøvuHansen, deildarleiðara telefon 455463 lokal 403 ellaJonu Nielsen, fyristøðukvinnu lokal 106.

Umsókn við avriti av prógvi, autorisatión og møgu-ligum viðmælum skulu sendast til:

Klaksvíkar SjúkrahúsUmsjónarmaðurinFO-700 Klaksvík

Umsóknarfreist: 1. desember 2003.

Um flutning av alifiski v.m.Kunngerð nr. 98 frá 8. juli 2003 ásetur, hvussu flutningur av akva-kulturdýrum v.m. skal fara fram. Í kunngerðini verður m.a. ásett, atallur flutningur av akvakulturdýrum, -úrdráttum, -burturkasti, -fóðriog brúktari akvakulturútgerð skal fara fram í lukkaðum flutnings-eindum og soleiðis, at vatn ikki verður stoytt undir flutninginum.

Fiska- og djórasjúkudeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni hevur settsær fyri at fáa ætlanina við kunngerð nr. 98 frá 8. juli 2003 førda útí verki, og hetta førir m.a. við sær eitt víðkað eftirlit við, at allur flutn-ingur av akvakulturdýrum fer fram við lukkaðum og góðkendumflutningseindum.

Við heimild í kunngerð nr. 98 frá 8. juli 2003 ger Heilsufrøðiligastarvsstovan fylgjandi ásetingar (um ikki annað er nevnt, eru allar til-vísingarna til hesa kunngerð):

• EFTIR 15. JANUAR 2004 VERÐUR BERT LOYVT GÓÐKENDUMFLUTNINGSFYRITØKUM AT TAKA SÆR AV FLUTNINGI, SUM ERFEVNDUR AV KUNNGERÐINISøkjast skal um góðkenning innan 1. januar 2004.

• EFTIR 15. FEBRUAR 2004 SKAL ALLUR FLUTNINGUR Á LANDI,SUM ER FEVNDUR AV KUNNGERÐINI, FARA FRAM VIÐGÓÐKENDUM FLUTNINGSEINDUMSøkjast skal um góðkenning innan 1. februar 2004.

• EFTIR 15. FEBRUAR 2004 VERÐUR BERT LOYVT GÓÐKENDUMBRUNNBÁTUM AT TAKA SÆR AV FLUTNINGI, SUM ER FEVNDURAV KUNNGERÐINISøkjast skal um góðkenning innan 1. februar 2004.

Viðvíkjandi sóttreinsing av frárensluvatni verður víst til kunngerð nr.72 frá 26. juli 2002 um sóttreinsing av frárensluvatni frá akvakultur-brúkum og akvakulturvirkjum v.m. Sóttreinsing av frárensluvatniskal fara fram við tøkniligari útgerð og sóttreinsingarhátti, sum erugóðkend av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Í nevndu kunngerð sæst,hvørji krøv verða sett til sóttreinsingarháttin og tøkniliga útgerð.

• FLUTNINGSFYRITØKAN HEVUR ÁBYRGDINA AV, AT ALTFLUTNINGSVATN VERÐUR SÓTTREINSAÐ EFTIR GALDANDIÁSETINGUM

Sí annars heimasíðu okkara á WWW.HFS.FO.

Vinarliga

FISKA- OG DJÓRASJÚKUDEILDIN

HHEEIILLSSUUFFRRØØÐÐIILLIIGGAASSTTAARRVVSSSSTTOOVVAANN

Falkavegur 6, 2. hæddFO-100 Tórshavn

Faroe IslandsTel.: +298 356 400Fax: +298 356 401e-mail: [email protected]

www.hfs.fo

FO

OD

V

ET

ER

IN

AR

Y

AN

D

EN

VI

RO

NM

EN

TA

L

AG

EN

CY

Finn BaldvinssonMUSTAD servica

Poul A. MikladalMarknaðarleiðari

Jákup MikkelsenStjóri

Tíðindaskriv frá Kjølbro Heilsølu:

Broyting í Mustad-umboðanKjølbro Heilsøla hátíðarheldur í hesum døgum eitt ára daginfyri yvirtøku av Mustad egningarmaskinunum í Føroyum.

Kollvelting innan sam-skifti á skipi.

Tað er ikki óvænt-að, at tann tøkniligamenningin av sam-skiftismøguleikumeisini mátti fara atsíggjast aftur umborðá skipum.

Og tað er júst hetta,sum fyrst og fremst erhent umborð á Skála-berg.

Teir hava júst fingiðútgerð, sum í einumtryggjar internet, sjón-varps og telefonsam-band.Hetta merkir fyrst og

fremst, at innan sjó-økið, har skipaninvirkar, og hetta erfyrst eystanfyri, harSkálaberg serliga fisk-ar, kostar tað nú bertbeinleiðis 1,50 umminuttin at ringja tilFøroya. Tað eru fýratelefonlinjur og tværtelefaxlinjur.Men inter-netið er einki markfyri.

Tað er El og Telesum umboðar hesaútgerð í Føroyum, ogSkálaberg er fyrstafiskiskip sum fær út-gerðina.

Tað skal sigast,at út-gerðin er rættuligadýr, so kostnaðurin avútgerðini kemur aftur-at nevnda prísinum.

Men við tíðini plagahesir prísir at fara nið-ur. Undir øllum um-støðum er talan umkollvelting, og greittverður nærri frá skip-anini í komandi blað.

Kollveltinginnan sam-skifti á skipi

Page 11: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 11Nr. 306 - 27. november 2003

Eitt kvøldið um ljósa-tendring fram undir jól í1954 bankar á dyrnar hjáeinum av lærarunum íVági.

Hetta var eitt av teim-um árunum, tá ið rættiligtsildarok var í Føroyum.

Við sluppum lógu før-oyingar hesi árini umheystini og heilt inn íveturin úti á sildaøkinumnorðan fyri Føroyar viðgørnum.

Brast stormur á, og hav-ið østist, tá ið farið varðundir at draga gørnini,varmangan hættisligt hjámonnum á dekkinum.

Skipið lá fast í sjónumtyngt av gørnunum full avsild, meðan drigið varð.Tað arbeiddi ofta harðari,og krappsjógvarnir fingulættari leik at stinga segupp við borðinum ogleggja seg inn yvir dekk-ið, har teir mangan tókutað, ið fyri var, við sær út-aftur í hinum borðinum,tí tá ið drigið verður, erneyðugt, at skipið liggurmeira við síðuni til mótiveðrinum, og tá havakrappsjógvarnir fríari spæl.

Í slíkum líkindum hev-ur mong sluppin mistmangan mannin fyri borð.Summir fórust med alla,sum t.d. hann, ið sló út avsluppini "Henry Free-mann" 9. okt. í 1954.

Aðrir vórðu á undur-saman hátt bjargaðir innaftur á dekkið, sum t.d.14ára gamli Johan Pauli Jen-sen úr Sumba, sum í samaveðri og sama dagin 9.okt. í 1954 sló út av slupp-ini Albert Victor,men sumvarð fingin innaftur ísíðstu løtu. Ja, Johan Paulihevði ikki fylt sítt 14. ár,hann var sloppin við faðirsínum ein sildatúr hettaheystið; hann fylti ikki 14ár fyrr enn 23. nov. hettasama heystið.

Maðurin, sum hettakvøldið í adventini í 1954stóð uttanfyri og bankaðiá dyrnar hjá læraranum,var Niklas, faðir JohanPaula, sum hevði fylt síni50 ár hetta sama summar-ið 15. juli.

Lærarin fór sjálvur út atlata upp og bað hann ikkistanda úti, men gera sovæl at koma inn.

Teir fara báðir innar ístovuna og setast.

Sum tann lítillátni friðar-maðurin í allari atferð sínibiður Niklas fyrst orsaka,at hann kemur soleiðis ádyr og ómakar fólk. Hannvar komin til gongu úrSumba í ávísum ørindumog kundi sjálvandi veriðfarin inn til onkran annanlærara ella eitthvørt ann-

að skilafólk,men "nú kennieg tygum so væl, so at egloyvdi mær at koma tiltygara við ørindum mín-um," sigur Niklas at endasum eina umbering fyri,at hann var komin inn.

Soleiðis var Niklas;hannvildi ongantíð koma tilónáðir og var altíð skjóturat umbera seg, um so var,at eitthvørt var komiðhonum skeivt fyri.

Tá ið so lærarin hevðisagt, at hann var væl kom-in við ørindum sínum, ogsegði seg vilja hjálpa hon-um so væl, sum hanndugdi, við tí, sum honumlá á hjarta, tá fór Niklas atsiga frá seinasta sildatúr-inum hjá teimum við Al-bert Victor hetta heystið,hann hevði unga son sínvið.

Teir lógu við Albert Vict-or á sildaøkinum norðanfyri Føroyar. Veðrið varruskut til garnafiskiskaphenda dagin við vind-styrki 6-7 eftir Beaufort-stiganum, tað er 12-17m/sek. Teir høvdu fingiðgørnini inn, høvdu steðg-að motorinum, lagt bakkog lótu hana mest sumbara reka, meðan gørninivórðu bjargað til høldar,greidd,og dekkið ruddað.

Hvør maður stóð tipturvið sínum og hevði nógmikið við at ansa sær, núskipið lá heldur tvørt fyri

veðrinum og leysum sjógv-um.

"Og so var tað at hettahendi," sigur Niklas rørd-ur á málinum og hyggurniður í gólvið.

Frammi á bógvi stóðufýra mans og greiddu gørn– ein teirra var sonur Niklas,Johan Pauli. Sjálvur stóðNiklas aftari á skipinum.Hvør maður tiptur við sín-um sum sagt,og mátti sjálv-ur ansa sær á dekkinum.

Nú fær hon ein skvamp,sum leggur inn yvir hana.Og tá ið so er, sætir hvørmaður sær, sum vitiligt er.Í somu løtu, sum skvamp-urin breyt, var kokkurin,Einar Thomsen, ættaðurúr Hvalba,giftur og búset-stur á Økrum,40 ára gam-al, á veg hvítklæddur uppleitaran við øskuspannini.

Hann stakk seg niðurundir kappan aftur, menkom uppaftur mest sum ísomu løtu brotið hevði,og skipið lyfti sær aftur áluborð. Tá sá hann mestsum bara beinini á JohanPaula hvørva fyri borð avlæbógvi.

Teir á dekkinum vóru,høvdu allir hugt upp í lusum rímiligt var í slíkumføri, so at eingin teirrahevði varnast, at JohanPauli hevði mist takið ogfótafestið í skvampinum,fyrr enn Einar skar í róp.Tá lupu allir til lúnning-

ina saman við Einari, menJohan Paula sást einki til.Hann var farin inn undirskipið, men tá ið skipiðhivaði aftur til luborð, sáEinar Johan Paula, sumvar í ljósum oljuklæðum,niðri í sjónum. Í somuløtu sum eitt síl rendi Ein-ar seg uttan orð og boð,sum hann stóð,niður eftirdreinginum og fekk íhann, áðrenn skipið legðiseg aftur á læborð.

Men av skipinum sóustteir ikki: teir vóru inniundir tí. Sjálvt um hendaløtan var stutt, tóktist honómetaliga long, áðrennEinar kom út undan afturskipinum við Johan Paulaframman fyri sær. Einarihevði eydnast við fyrsturoynd at kava niður áhann og fáa tak í hann.Tað hjálpti so væl, atdrongurin var róligur, hó-ast hettan, hann var í, varsnarað, so at hon vendiaftur og fram,og drongur-in einki sá fyri sær. JohanPauli dugdi ikki at svimja,og tá ið Einar fekk í hann,var hann longu í óviti.

So skjótt sum teir komuuppá, varð lissa kastaðteimum. Teir vóru tá fittfrá skipinum. Einar heltJohan Paula framman fyrisær og royndi at svimjamóti skipinum. Men soskjótt hann fekk fatur ílissuni, bant hann Johan

Paula í, og sjálvur helthann í lissuna.Væl gekk atdraga teir at borði og takateir inn.

Eingin ivaðist í, at Einarsetti lív sítt í váða leysurat leypa út og inn undirskipið í slíkum líkindum.

Onkur heldur óivað, athann skuldi havt lissu ásær, og tað hevði eisiniverið rætt, men einginvisti av, fyrr enn Einar varuttanborðs – hann segðieinki,og eingin bað hann;hann leyp alt í einum.Eftir bjargingina segði Ein-ar,at hann væl hugsaði umat taka eina lissu á seg,men skuldi drongurinverða bjargaður, var einkisekund at geva út, og táhevði drongurin vallakomið livandi upp.

Einar ynskti sær ongan-tíð at koma aftur í einaslíka støðu – undir skip-inum niðri í sjónum við vit-leysum druknandi manni.

Móti hesum hevði taðverið lítið krevjandi atsvomið íbundin móti veðr-inum at bjarga einummanni.

Einar er av menskastumonnum.Longu sum smá-drongur hevði hann sumnógvir aðrir dreingir íHvalba lært at svimja áHeygsvatni, undir Garðs-hamri og á Hvalbiarsandi.

Jú, Einar vágaði lív sítt.Hann hevur konu og stór-an barnaflokk á Økrum.

Niklas hyggur niður ígólvið eina løtu. So hygg-ur hann upp og sigur:

"Eg havi talað við allarteir, sum við vóru hendatúrin. Vit eru samdir umat fáa onkran at skriva til"Carnegie's belønnings-fond for heltemod" fyriokkum og mæla til, at Ein-ar fær einahvørja heiðurs-gávu fyri stóra bragd sítt.Høvdu tygum ikki viljaðgjørt okkum henda beina?"

"Hatta vil eg gleðiligaroyna at gera so væl sumeg dugi," svarar lærarinog leggur aftrat: "Eg senditygum brævið, og so faratygum til skipsmenninarog lata teir skriva undirbrævið til Carnegiefondin."

Meðan Niklas hevðigreitt frá, var kona lærar-an komin inn við kaffi tilteir báðar.

Nú kaffikopparnir erutómir, og Niklas sigur seghava fingið nóg mikið,leita eygu hansara afturniður í gólvið eina løtu,áðrenn hann hyggur upp-aftur og sigur:

"Tað var eisini eitt ann-að, eg ætlaði at biðja tyg-um gera fyri meg."

Nú fer hann í lumman,tekur ein tjúkkan bræv-

bjálva upp og leggur áborðið.

"Hetta – at sonurin varðbjargaður á ein so undur-fullan hátt,eigi eg fyrst ogfremst at siga Gudi takkfyri. Tí vil eg spyrja, umtygum vilja ikki sendamær henda peningin tilheidningamissiónina, t.d.D.M.S.!"

Lærarin telur peningin– eitt túsund krónur.

"Ein góð gáva!" sigurhann og tekur í hondina áNiklasi og leggur aftrat:"Tað geri eg við gleði fyritygum!"

Niklas reisist og takkarfyri seg og biður orsaka,at hann hevur órógvað.

"Nei," sigur lærarin, "taðhava tygum ikki, heldurhevur verið hugnaligt, attygum stukku inn á gólv-ið. Men hvussu, nú ermyrkt, tygum fara ikkiaftur til Sumbiar nú?"

"Jú, jú, beinanvegin,"sigur Niklas, "hetta vóruørindi míni í dag til Vágs.Eg havi lykt."

So bað Niklas góða nátt,ynskti gleðilig jól og fór.

Ein dagin komið varvæl út í 1955, hittir lærar-in Einar á vegnum. Teirkendust væl, heilsast ogkoma í prát.

Lærarin sigur einki um,at Niklas hevði vitjað seg,men hann ynskir Einari tillukku við "Medaljuni fráCarnegiefondinum" fyri athava bjargað manni frá atdrukna. Tey tíðindi vórukomin út millum manna.

Einar takkar og sigurlæandi:

"Ja, hatta var stuttligt,men ein medalja er ikkietandi. Tá smakkaði geld-seyðurin frá Niklasi vælbetur. Tú – tað skalt tútrúgva mær – ein dagin ífjør heyst kom Niklas viðhesum avbera góða geld-seyðinum og legði mær ítúnið.Tá ið eg spurdi, hvíhann gav mær geldseyð-in, segði hann bara:

"Gud vælsigni teg ogtíni!""

Og Einar heldur fram:"Niklas er ein heiðurs-maður; hann man mang-an hava takkað Gudi fyri,at mær eydnaðist at geramína plikt."

Og Einar lær ein blíðanlátur.

Á vegnum aftur til húsartann dagin hugsaði lærar-in við sær: Soleiðis hugsateir, sum gera tey stórubrøgdini sum Einar,og so-leiðis eru heiðursmennsum Niklas.

JJoohhss.. AAnnddrr.. NNææssKeldur:

1. Óprentað skjøl

2. Ítróttatíðindi nr. 8. 1955

Niclas Frederik Jensen

Albert Victor.

Einar Thomsen.

Stórt bragd og ein faðir

Page 12: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 12 Nr. 306 - 27. november 2003

Vit hava við hjálp frá trú-føstum lesarum funniðfram til upprunan av hesimynd, sum vit høvdu íseinasta blað. Myndin ereisini í Siglingarsøgunihjá Páll J. Nolsøe, og hereru nøvnini eisini við.

Hetta er manningin ásluppini "Emerald", sumvar ein slupp av Tvøroyri,og myndin er tikin í 1900,so hon er 103 ára gomul.

Teir sum eru á myndinieru hesir:

Sitandi f.v. Joab Magnus-sen, Saltangará, JógvanVang í Kálvhúsinum, skip-ari, Sámal Petur Knudsená Vollanum,Glyvrum,Mart-in Vang í Kálvhúsinum,Glyvrum, Sofus Højgaard,Rituvík, seinri Tórshavn,og Jóannes Johannesen, íBeiti, Glyvrar.

Standandi f.v. JógvanMagnussen á Lygnesi,Søldarfirði, Jógvan David-sen á Gørðum á Nesi,Toftum, Jústinus Justinus-

sen við Stein, Glyvrar,Niklái Joensen í Homr-um, Kollafirði, Jógvan Ol-sen, Óli Petersen, hjá Agn-as, Selatrað, Elias Olsen,Rituvík og Jákup Vang íKálvhúsinum, Glyvrar.

Nevndi Jógvan David-sen tók sær seinni eftir-navnið Næsaa. Hann var ínógv ár hovmeistari á"Smiril" hjá Mortensen áTvøroyri, har hann búði inógv ár, til hann flutti tilHavnar. Hús hansara áTvøroyri vórðu kallað "HjáHovmeistaranum". Hannhoyrdi ikki til manninginaá "Emerald",men var kokk-ur á "William Clowes" avTvøroyri hetta árið.

Hann var sonur gamlaJørgen Davidsen á Nesi.

Abbasonur Joab Magnus-sen, Johan F. Magnussen,greiðir frá, at abbin varmillum teir fyrstu føroy-ingarnar, sum fóru uppáRockall. Tey hava einaskel, sum skal stava harfrá.

Tað var manningin á "Emerald"

"Emerald" á Kappagrunni í 1940.

Handverksmeistari hevur rætt til atafturhalda løn hjá handverkara, tá iðhesin ikki virðir uppsagnartíðina.Hetta er úrskurðurin í einum dómi íFøroya rætti, sum júst er fallin.Dómur-in er ikki kærdur.

Í sáttmálanum millum Føroya Hand-verkarafelag/Landsfelag Handverkar-anna og Føroya Arbeiðsgevarafelag/Før-oya Handverksmeistarafelag er í § 30ásett, at uppsagnartíðin er ávíkavist5/10 dagar, treytað av um handverkarihevur arbeitt styttri ella longri enn 2ár hjá sama meistara. Uppsagnartíðiner galdandi fyri báðar partar.Brot móti

uppsagnartíðin verður sektað viðávikavist fyri handverkara við missi av5/10 daglønum og fyri meistara við atgjalda somu upphædd.

Ein meistari eftirhelt í lønini hjá ein-um handverkara grundað á omanfyrinevndu reglu. Landsfelag Handverkar-anna legði sak ímóti meistaranum,men Landsfelagið hevur tapt málið.Rættarúrskurðurin sigur, at LandsfelagHandverkaranna ikki "har godtgjort, atder har været en kutyme for, at opsig-elser kan ske uden varsel eller at sag-søgte konkret har accepteret dette".

Rætt at afturhalda løn, tá ið hand-verkari ikki virðir uppsagnartíðina

Page 13: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 13Nr. 306 - 27. november 2003

Patursson navnið er júeitt kent navn í Føroyum.Tað verður søguliga fyrstog fremst sett í sambandvið brøðurnar í Kirkjubøvið hesum navni, og sumhava havt eina sera stóraávirkan á føroyska sam-felagið.

Tann yngsti av beiggj-unum var Gazet, sum varoddamaður innan fyri síttøki, men hann hevur ikkiverið eins nógv umrødd-ur av eftirtíðini sum hinir.

Hetta vilja vit fegin bøtaum, so vit hava sett okk-um fyri at fáa eina lýsingav honum. Veruliga erhetta gjørt eftir íblástri fráversoninum Eyðálv Djur-huus.

At lýsa Gazet er tó ikkiein helt løtt uppgáva.Taðer nevniliga sera lítið, sumer skrivað um hann. Nær-um tað einasta vit havafunnið eru minningarorð,sum vórðu skrivað umhann av Niels WintherPoulsen, tá Gazet doyði,og eru hesi minningarorðeisini ein høvuðskelda tilhesa grein.

Tað liggur heldur ikkiserliga nógv skrivligt eftirhann, burtursæð frá brøv-um frá donskum stovnum,sum hann hevði bræva-skifti við.

Men vit hava góðarmunnligar keldur.Vit havatosað við børnini hjá hon-um, Sámal og Hildibjørt,verdøturnar Bodil og Elisa-beth,abbasonurin Rasmusog Dortheu, einkjan eftir

Ólav, sonur Páll og Bodil.Vit hava eisini fingið

eina frágreiðing um Gazetsum plantufrøðing fráMagnus Gaard á Plantu-savninum á Debesartrøð.Hann er langabbasonur

Rasmus á Háskúlanum,ein annan kendan plantu-frøðing, sum eisini hevðineyv samstarv við Gazet.

Her skrivar Magnus:Ein av teimum áhuga-

verdu innsavnarunum

av plantum í varðveitsluá Náttúrusavni Føroyaer Olav Gazet Patursson.Onkrar av hesum plant-um eru sera áhugaverd-ar. Leggstutt fransagras(Primula vulgaris), ið

hevur vaksið á Traðar-hamri heima á Sandi,finst bert innsavnaðeinaferð, og hesa inn-savning hevur Gazetgjørt.Hendan plantan erongantíð funnin afturog er tí allarhelst útdeyð.Nógvar aðrar sjáldsam-ar plantur eru í savn-inum hjá Gazet, so sumtann villa rósan (Rosavillosa), ið nú er so gottsum útdeyð, kallsmans-bórkubóndin (Orchis ma-scula) og nógvar aðrar.Onki er at ivast í, at Gaz-et hevur havt ein serlig-an áhuga í tí sjáldsamaog eitt sindur eksotiska,tí av teimum 213 plant-unum í savni hansara,eru nógvar at kallasjáldsamar, ímeðan tærvanligu planturnar eruheldur færri. Gazet varurtagarðsmaður. Hanngekk á plantuskúla íGrude á Jæren. Seinnigekk hann á landbohá-skúla í Danmark, mengavst vegna sjúku. Hannhevði stóran áhuga íplantunøvnum, og ar-beiddi saman við Rasm-us á Háskúlanum hes-um viðvíkjandi. Hanngav út "List of popularplant names from theFaroes í 1905-08" og før-oysk plantunøvn samanvið Rasmussi í 1928.

Umframt plantur, hevðiGazet stóran áhuga ískordýrum, og gjørdi hertýdningarmiklar eyg-leiðingar. Tíverri er lítiðskrivað um hetta.

Í hesum sambandi kannverða nevnt, at Gazet eis-ini hevði nógv samskiftivið ein annan kendanurtagarðsmann, SímunPaula úr Konoy í Gøtu.Tað vóru jú Rasmus ogSímun Pauli, sum mynd-aðu fiskimannafelagiðfyrstu nógvu árini. Taðtykist sum, at ansurin fyrití, sum veksur og grør,hevur verið ein partur avpolitisku vekingini fyrst ífarnu øld.

Bóndahusinií KirkjubøGazet var føddur 6.juli1879 og var yngstur avseks systkjum – fimmbrøður og ein systir.Mamman var Elin Katrinaúr bóndahúsinum Uppi íStovu á Velbastað, og páp-in var Pól bóndi í Kikju-bø. Hann og systkinigingu í skúla heima ágarðinum. Lærarar vóruJóan Jákup Dahl fráKrosslíð úr Vági og eftirhann, Hans Jákup Peter-sen, bróður Fríðrik Peter-sen próst av Saltnesi.

Gazet fór, eins og hinirbrøðurnir í realskúla íHavn. Systirin, Sannulena,gekk í skúla aðrastaðni.Um skúlatíðina verðursagt í Táttum úr Kirkjubøeftir Jóannes Paturssonog Fram við Sugguni eftirSverra Paturssson, atbrøðurnir untust stak illaí realskúlanum og í Havnannars, og hvønn leygar-dag fóru teir heim ogkappgingu tá til Kirkjubø-ar. Jóannes sigur frá, atpápi teirra lat teir venjaseg í fimleiki. Hann settim.a. eina stong upp, soteir kundi læra seg atklintrast uppeftir viðhondum og fótum, oghann lærdi teir at skjótavið byrsu.

Hóast teir ikki untust íHavn, viðurkennir elstibróðurin, Jóannes, at taðfekk stóran týdning fyritey systkini, at pápi teirraskipaði so fyri, at meðantey vóru í Havn, skuldutey tvær ferðir um vikunafara til Jacobsen skómak-ara, abba Jørgen Frants oglangabbi William Heine-sen, til nátturða og harlæra høviskar siðir. Skó-makarin, sum eisini ætJørgens Frants, og sumlivdi 1819-1917, hevðinevniliga búð í Keyp-mannahavn. Somuleiðissendi pápin børnini atlæra eingilskan dans, allarteir ymisku dansir, sumverða nýttir, meira fyri atvenja vakran atburð, enn

Gazet Patursson:

Tann ókendi kirkjubømaðurinStaðfesti gullaks undir Føroyum fyri 100 árum síðaniFøddur 6. juli 1879. Doyði 2. mai 1970

Framhald á næstu síðu

Vit koma í hesi grein at hava eina frásøgn um Gazet Patursson. Mótsatt hinum beiggjunum, var ikkinógvur hávi gjørdur burtur úr honum. Men hann hevur uppiborið eitt varandi eftirmæli. Hann var undan-gongumaður við urtagarðsvirksemi í Føroyum. Hann var vísindamaður bæði innan plantur og skordjór.Og so var hann javnaðarmaður í sjálvstýrisborgini í Kirkjubø!

Fredrikka og Gazet .

F.v. Hildibjørt, dóttir Gazet, Rasmus, abbasonur, Sámal og Elisabeth, sonur og verdóttir Gazet og foreldurat Rasmusi.

Page 14: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 14 Nr. 306 - 27. november 2003

vegna sjálvan dansin.Dansilærarar vóru høvuðs-prentarin á Dimmalætt-ing,danskarin Aagaard,ogFranciska Jacobsen, dóttirumrødda skómakara.

Lívið í Kirkjubøfyrst í øldiniÁðrenn vit koma aftur tilGazet, hava vit fingið son-in Sámal at greiða okkumeitt sindur frá lívinum íKirkjubø, tað hann minn-ist. Sámal er 86 ára gamal,so hann minnist til stør-sta partin av farnu øld.

Sum Sámal greiðir frá,so var Kirkjubøur ein lítilbygd. Har vóru tá berteini 4-5 hús. ÁðrennSámalsa tíð hevði Peturbóndi handil og keyptifisk, men tað hevur eing-in handil verið í Sámalsatíð.Vørurnar fingu tey úrHavn, og tær komu van-liga við rutubátinum, sumfór út í Hest og í Sand-oynna. Báturin steðgaði áá leiðini, og so varð róðumborð eftir vøruni.Annars kom vegur tilKirkjubøar í 1925.

Siggert var pápabeiggiSámal,men Sámal minnisthann bert, tá hann ein-stakar ferðir kom heim atferðast. Sum øll kunnumeta, so hevur Siggertverið ein sjáldsamur mað-ur, tá hugsað verður umhansara ferðing og frá-sagnir frá teimum. Eittannað dømi um, at Sigg-ert ikki hevur verið sumfólk flest, var, at hannhevði beklætt alla stov-una hjá mammu síni viðmyndum av sær sjálvum.

Sámal heldur ikki, at teymerktu so nógv til, at

Kirkjubøur var ein polit-iskur miðdepil. Men hervóru tó ofta fólkafundirog vitjanir.

Hóast elstu kirkju ílandinum, so var og erbert kirkjugongd í Kirkju-bø, tá prestur er.

Suggan og hólmurinØll hava hoyrt um sugg-una í Kirkjubø.Tann viss-asta innløgukeldan vartarin, sum rak inn hagar.Hesin gav eitt sera gottískoyti til tøðini, sum ann-ars fingust. Hetta merktieisini, at tað var ikki stór-ur tørvur á kunsttøðum.Tað var vetrararbeiði at

fáa taran til høldar, ogvarð hann koyrdur heimvið hestavogni.Av øðrum,sum rak inn higar, vartimbur, sum kundi brúk-ast til pelar og brenni.Undir krígnum róku innhigar, eins og aðra staðni,gummiballur, sum kundunýtast til at gera gummi-skógvar burturúr. Taðsama var við stearin. Avøðrum vóru boyur, sumkundi seljast.

Hólmurin hevði einvissan týdning. Roynt varat hava neyt har, men teysvumu bert í land. Hervóru stórir flokkar avæðum, so viðhvørt varðroynt at savna æðudún.

Sambandiðvið VelbastaðSambandið tey høvdu varmest við Velbastað. Hag-ani komu fólk tá farið

varð í kirkju, og kendaungmannafelagið Sólar-magn var felags fyri bygd-irnar.

Áhuga fyri blómumog alt sum grørNiels W. Poulsen skrivaði,at eins og navnið SverrePatursson er bundið atfuglinum, so verður navn-ið Gazet Patursson ikkinevnt, uttan tú kemur athugsa um blómur og urt-ir, ja, alt ið grør ogprýðkar um náttúruna.Hann var urtagarðsmaðurav Guds náði.

Alt frá barnaárum, varhugurin at fáast við plant-ur og urtir. Longu sum 16ára gamal, fekk hann áframsýning í Havn, virðis-løn fyri sera vakurtplantusavn.

Á ungum aldri fór hanntil Danmarkar, og tveir

vetrar var hann á Askovháskúla.

Sumrini, millum há-skúlaskeiðini, var hann álandbúnaðarskúla og vannsær prógv sum agronomur.

Hann var eisini kann-ingarferðir bæði í Noregog Svøríki, og afturkominsetti hann sær fyri at setaí verk tað, hann hevðinomið burtur í londum.Og tað má sigast, at vælhevur vignast hjá honum.

Hann kannaði alla sínatíð tað, sum vaks í hag-anum. Hann var eina tíðlandmálari, so hetta hósk-aði væl saman við hansaraansni fyri náttúruni. Hannleitaði altíð eftir nýggjumplantum, sum hann turk-aði og goymdi. Hesar erunú á Náttúrugripasavn-inum.

Lendið, hann fekk av-lagt til urtagarð, var eittsatt ótøki.Eftir hesum lag-aði hann garðin og settihúsini, so alt fall væl sam-an við náttúruni. Tað varsum alt, hann nerti við,fekst at grógva og blóma.

Urtagarður hansara gjørd-ist eitt satt listarverk. Oghann hevði evni at skapaáhuga hjá fólki fyri øllum,ið grør. Tað er nógv hon-um fyri at takka, at taðfinnast nógvir vakrir urta-garðar runt landið, júst í tísniði, sum hann skapti.

Fyrstur at hava urta-garðsbrúk sumvinnuHann var hin fyrsti her álandi, ið fekk sær urta-garðsbrúk sum yrki burt-urav, og hetta eydnaðisthelst betur, enn hannsjálvur ella nakar annarhevði væntað. Hann hev-ur til fulnar víst,hvat fáastkann burtur úr jørðini hjáokkum. Og tað sló ongan-tíð feil við grøðini. Hannfekk væl burturúr sínumarbeiði og varð tí eisiniein góður skattaborgari!

Tað hevur verið eittrættiligt frambrot tá í tíð-ini at fara undir urtagarðs-brúk, tí hvør skuldikeypa? Í fyrsta umfarivóru tað embætisfólkini íHavn, sum frá sínum upp-runa, vóru "betur vand"enn føroyingar á einumøki sum hesum. Men sumfrá leið vórðu pottaplant-ur o.a. send út á bygd.Verdóttrin Elisabeth, sumer av Strondum, minnistsum smágenta, at teykeyptu rabarbur úrKirkjubø.Tað,sum var eitteyðkenni fyri Gazet, vareisini, at øll vøran skuldipakkast virðisliga inn, tíinnpakningurin skuldisamsvara við innihaldið.Hetta minnir nógv umnútímans marknaðarfør-ing. Undir krígnum varðnógv selt til bretsku her-menninar.

Í urtagarðsvirksemi vareinki, sum var ein sjálv-fylgja. Her skuldi nógvkanningarabeiði gerast,so Gazet hevði blómuralla staðni í húsinum ogikki minst uppi á loft-inum. Upprunaliga vareinki sum kallaðist drív-hús. Byrjað varð við "hita-sengur", har undirlagiðvar rossatøð og blørutari,og síðan mold útyvir. Tákom ilur í, og nú bar til atdyrka slíkt, sum annarsikki bar til.

Fekk sær drívhúsGazet fekk sær eitt lítiðdrívhús undir krígnum.Atbyrja við var tað uttanhita. Men seinni fingu teysær kolhita, har fýrurinstóð uttanfyri.

Nú bar sum sagt til atdyrka annað enn tað van-liga.Byrjað varð við tomat-um, sum vórðu seldar tilhandlar í Havn. Síðankomu gularøtur, persilla,leykur, purrur, summar-blómur o.m.s.

Onkuntíð hevði Gazet

Hetta er partur av urtagarðinum hjá Gazet.

Og ein triðja erleggstutt fransagras.

Ein onnurer villa rósan.

Hetta er kallsmans-børkubóndin, ein avteimum forkunnuguplantunum, sum Gazetsavnaði, og sumvit hava tikiðmynd av á plantu-savninum, har tað eru213 plantur hjá Gazet.Greitt er frá hesumplantum í sjálvarigreinini.

Page 15: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 15Nr. 306 - 27. november 2003

ein norskan gartnara athjálpa sær. Vanliga fekstfræ úr Danmark. Hettabar ikki til undir krígn-um. Tá fekk hann fræ úrBretlandi.

Annars fekk Gazet leyk-ir úr Hollandi gjøgnumLouis Apol, hollendari,sum giftist til Norðradals.Gazet hevði nógv sam-band til Hollands.

Gazet át sjálvur mesttað, sum vaks úr jørðini,ávirkaður av tíðarand-anum millum lærarar sín-ar á Malling landbúnaðar-skúla.Men hetta var eisiniorsakað av, at hann fyriheilsuna toldi ikki annaðenn hetta.

Fyri at lætta um sølunafingu tey hjá Gazet særblómuhandil í Havn.Blomsturbrá lat fyrst uppí Niels Finsensgøtu, ogendaði í Bøgøta. Tað vardóttirin Elin, sum rakhandilin. Hon fór niður atlæra blómubinding. Nú ervirksemið hildið uppat.

Umframt urtagarðsvirk-semi fekk Gazet eisiniseinni eitt tøkt festi, sumvar 2,5 merkur, har hannhevði neyt og seyð, 20áseyðir uppá mørkina.Tey høvdu tvey neyt, oghest høvdu tey eisinialtíð.

Tá Nella varí KirkjubøÍ 2001 fylti Nella Lam-hauge á Toftum 85 ár. Íhesum sambandi skrivaðidóttirin Louisa eina grein,

har m.a. varð sagt frá, támamman var í urtagarðs-læru hjá Gazet og Frid-rikku.Vit endurgeva:

"Hvønn morgun byrjaðihon (mamman) við atmjólka neytunum á trøð-ni, sílaði mjólkina ogvaskaði mjólkaríløtini. Tátað var liðugt, var farið íurtagarðin. Har var honrestina av degnum. Harvar úr at gera hjá Gazet.Sum tann ordans maðurhann var, lærdi hann fólk-

ið hjá sær at fara væl umamboðini, sum skulduvaskast hvørt kvøld, sotey morgunin eftir stóðunosslig og rein at taka ínýtslu aftur. Eingin hvíldvar fyrr enn um kvøldið.

Nella minnist við gleðiallan tann vakra vøkstur,sum Gazet fekk at grógva,og allar tær vøkru blóm-urnar í urtagarði og vakst-arhúsum hansara. Eina-ferð hjálpti hon Gazet atfyrireika eina blómufram-

sýning. Har var hópur avangandi blómum av øll-um sløgum í øllum møgu-ligum litum, sum varligaskuldu setast í blómu-kassar, so tey ikki skalað-ust av teirri longu ferðinitil Danmarkar, har blómu-framsýningini skuldi verða.Ta tíð, hon varð har, lærdihon nógv um blómur ogannan vøkstur.

Og væl er lært.Tá Nellakemur aftur inn á Toftir,fer hon beinanvegin, sam-

an við mammuni, at geraurtagarð við alskyns blóm-um, runnum og berjatrø-um. Hesin urtagarðurmundi teljast millum teirvakrastu í bygdini."

Virdur umlandamarkSum serfrøðingur í plantu-frøði var Gazet kendur ogvirdur langt út um landa-mark. Hann hevði bræva-skifti við nógvar útlend-skar vísindamenn, og ofta

hevði hann vitjan íKirkjubø av útlending-um, sum vildu síggjahansara verk.

Umframt urtirnar, vartað ivaleyst flogkyktini,sum høvdu hansara ans.Hann kendi tey út og inn,og hann lat eftir seg eittvælskipað savn av skor-dýrum, sum tó fór fyriskjeyti seinni. Men nakaðav tí hann savnaði er til áZoologisk Museum íKeypmannahavn. Og viteru fegin um at tað hevureydnast okkum til hesagrein at fáa myndir avnøkrum av teimum skor-djórum, sum Gazet sendihagar, og sum framvegiseru har. Júst á hesum økihevði Gazet eitt tætt sam-stav við Leif Dahl, sumvar beiggi Paula Dahl. SoGazet nýtti nógva tíð atjagstra summarfuglar ogannað flogkykt. Hetta varikki nakað, sum øll dugduat skilja. Onnkur speiskurvelbastaðmaður hevðieinaferð tikið til, at Gazethevði nýtt ein heilan dagat kryvja ein grindalokk!

Zoologisk Museum sig-ur í dag um tilfarið teirfingu frá Gazet:

I Zoologisk Museumssamling af sommerfuglefra Færøerne opbevaresenkelte eksemplarer ind-samlet af G. Patursson.Det drejer sig om (ihvert fald) følgende art-er: Acleris notana, Oper-ophtera brumata, Phlog-ophora meticulosa og

Framhald á næstu síðu

Urtagarðurin er hildin væl av soninum Sámali, og soleiðis sær hann út í dag.

Vit hava fingið myndir av nøkrum av teim-um skordjórum, sum Gazet sendi til Zoo-logisk Museum í Keypmannahavn. Vittakka teimum fyri vælvild og ómak. Skor-djórini eru rættuliga væl varðveitt, tá hugs-að verður um, at tey stava frá 1939-1948.

Jens Kjeld Jensen hevur gjørt okkumtann beina at geva eina frágreiðing umskordjórini, og hann kann enntá geva søg-una um júst tey skordjórini sum eru ámyndunum.

Birkivevjari lítli– Acleris notanaGazet havde 2 larver i 1948, som hanhavde fundet i Kirkjubø.Det lykkedes hamat få dem til at forpuppe sig, og derefter atfå dem klækket begge to – og det er netopden ene af disse, som I har fået fotografi af.Disse to fund var første fund af birkivevjarilítli på Færøerne.

Denne art er nu almindelig i Tórshavn.

Admirálur– Vanessa atalantaDen første admirál, som blev fundet påFærøerne var i 1923 og den blev fangetved "middle-clas school in Thorshavn"

Den første som blev fanget i Kirkjubøuraf Gazet, blev fanget i 1945.

Lýsing í Dimmalætting:Flogið fevnir 58 mmAdmirálur finst í Norðuramerika, í øllumEuropa, í Norðurafrika og heilt eystur tilNew Zealands. Hann er ein vanligur ferða-firvaldur, sum hevur vetrarvist í Suður-europa.Tíðliga á vári flýgur hann norður-eftir, og verpur egg í noturnar.

Admirálarnir sum koma flúgvandu higará nærum hvørjum sumri eru helst klaktirsama summar. Stundum, tá veðrið er tilvildar, verða somuleiðis "føroyskir" admirál-ar klaktir her á landi, men sum oftast eruføroysku sumrini ov køld og vát.Ormveranspinnur eitt notublað saman um seg ogliggur so har fjálgt og turt.Admirálur sæstfrá seinast í mei til november mánaða.

Skreytvongur– Phlogophora meticulosaDette eksemplar fra Kirkjubø er den førsteaf denne art fundet på Færøerne i 1947.

Siden hen er den ofte fanget, og i dagyngler den ofte her!

Frostspannari– Operophtera brumataFundet første gang i Tórshavn ca. 1930, ogførste gang i Kirkjubø i 1939 (den påfotografiet).

Foruden disse 2 steder, er denne artyderligere kun fundet på Nólsoy. I Tórs-havn er den meget almindelig i dag.

Søgan um skordýriniAdmirálur

Skreytvongur

Frostspannari

Birkivevjari lítli

Page 16: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 16 Nr. 306 - 27. november 2003

Vanessa atalanta. På dettidspunkt, hvor disse blevindsamlet og foræret tilmuseet, var kendskabettil Færøernes sommer-fuglefauna stadig mangel-fuldt, og der var derfortale om fund af betyde-lig interesse. I de senereår har der været en stig-ende interesse for fær-øske sommerfugle (bådefra dansk side og lokalt),og med moderne ind-samlingsmetoder har defleste af de arter, som G.Patursson fandt, vist sigat være regelmæssigt fore-kommende på Færøerne.

Fekk staðfestgullaks fyri100 árum síðaniTað ber til at lýsa hansaravirksemi, tí sum sagt er tilskjals brævaskifti á hes-um øki, og hevur hettaserliga verið við Universi-tetets Zoologisk Museumí Keypmannahavn. Taðskilst á brævaskiftinumtá, at Gazet í fleiri førum,hevur verið førur fyri atskráseta flogkykt ogsummarfuglar í Føroyum,sum ikki eru skrásettframmanundan. Fyrstabrævið, sum er til skjals,snýr seg ikki um flogkykt,men um fisk, og enntáum ein sera aktuellanfisk, sum vit onnur haldavera "uppdagaðan" í okk-ara tíð.Tað er dagfest 22.91904, tá hevur Gazet bertverið 25 ára gamal, ogljóðar soleiðis:

Kære G Patursson!Den Fisk, som De saa

meget tydeligt har tegn-et, er en Glansfisk (Lam-pis Guttatus) af MakrelFamilien. Det er en Dyb-havs Fisk, der hørerhjemme i det NordligeAtlanterhav, men retsjældent viser sig vedKysterne, dog er denikke mere sjælden, endat den har sit egetnorske Navn, Laxstørje,

og et islandsk Navn,Guldlax.For dette bidragtakker jeg Dem på Muse-ets og egne vegne. Jeghar neddelt det til denMuseumsassistent, AdolfJensen, der netop er ifærd med at samle Op-lysninger om Fiskeneomkring Færøerne, Is-land og Grønland.

Deres ÆrbødigeHerluf Winge

Tískil kunnu vit staðfesta,at gullaksur hevur veriðkendur í Føroyum í 100ár. Umrøddi Adolf Jensengjørdist seinni ein kendurfiskifrøðingur.

Brævaskiftium flogkyktVit fara at endurgeva nak-að av tí brævaskifti, sumGazet hevur havt í sam-band við hansara kann-ingar viðvíkjandi kyktum,og sum lýsir eitt virkisøki,sum er lítið kent.

Fyrst er tað ein kladdatil eitt bræv sum Gazet íseptember 1966 sendi tilMag.scient.W Buck á Uni-versitetets ZoologiskeMuseum.Her skrivar hann:

Tak for Deres beredvil-lige svar på min hen-vendelse til museet. Korttid efter afsendelsen afde to pupper til museetbegyndte de genværendefire pupper klækningen,af disse fremkom derførst en admiral og sen-ere tre tidselfugle. Dissesidste sender jeg hervedmuseet. Desuden sendesresterne af en sommer-fugl fundet druknet i envandbeholder indendørs20.juni, måske kan dengenkendes.

Mod slutningen afjuni og til midt i julimåned var der mangesommerfugle her i bygd-en også admiraler ogprinted Lady, og jeg tæn-ker mig, at der må haveværet et stort antal lar-ver i de mange storenældebevoksninger heromkring, men at de ergået tilgrunde i efteråretsstorme, regn og kulde.

Venlig hilsenO.G. Patursson

Svarið er soljóðandi:Med taknemlighed har

vi modtaget Deres brevog de to pupper. Den ene

af dem var imidlertidklækket, og er forkrøbleteksemplar af en som-merfugl, på grund afden trange plads i æsk-en, var resultatet. Denvar nu ikke svær at gen-kende, da det jo var denvi på dansk kalder"tidselfugl", Vanessa car-dui L. Den anden puppeer stadig levende, og vivil prøve at klække den.Det er jo en art, som ervidt udbredt næstenover hele jorden og sam-tidig en dygtig flyver.Ofte er de set trækkendei store flokke, også udover havet, så det ernaturligt nok, at denhar fundet vej til Fær-øerne. Ikke desto mindrehar vi kun to eksemplar-er af denne art i denFærøske samling, et fraomkring 1865, og et fra1939, begge fanget aflæger. For øvrigt ser jeg,at vi har en admiral frasommeren 1945, som Dehar sendt os. Vi håberogså at måtte beholdedisse to Tidselfugle tilvores samling og sigerDem tak på forhånd.

Men venlig hilsenW. Buch

Annars sæst av brøv-unum, sum liggja eftirGazet, at hann í hvussu erhevur havt brævaskiftivið Zoologisk museumaftur til 1919, tá hannhevur fingið eitt hond-skrivað takkarbræv.

Í 1940-unum hevurhann liggjandi fleiri brøv,har Gazet verður takkað-ur fyri at senda summar-fuglar og kykt inn hagar,og í fleiri førum er talan

um kykt, sum ikki fyrr erstaðfest í Føroyum.Tað ereingin ivi um, at her ligg-ur eitt virðismikið íkast tilat lýsa henda partin avføroysku náttúruni.

Í 1948 verður Gazetbiðin um regluliga atsenda kykt til savnið, ogteir bjóða sær til at sendahonum ta útgerð, sumskuldi til fyri at hettakundi gerast til lítar.

Í 1963 boðar Leif Lyne-borg frá Zoologisk Muse-um frá, at hann er við atgera eitt verk um "Fær-øernes Fluefauna".

Vóru javnaðarfólkí Kirkjubø!Kona Gazet var Fred-rikka, sum var úr Kirkju-bø. Tey bæði vóru trý-menningar. Systir henn-ara var Karin Samuelsen,sum var lærari m.a.á Hvíta-nesi, og sum var kendsum kærleikin hjá Hans ADjurhuus, sum hann ikkifekk. Fredrikka var 7 árniðri, har hon ætlaði atgerast sjúkrasystir,men solangt kom tað ikki. Honvar øgiliga røsk og ein góðungamamma,og hon fylgdivæl við í tí, sum gekk fyriseg í samfelagnum.

Tey bæði hjúnini skiltuseg á einum øki fullkomi-liga burturúr restina avkirkjubøfólkunum. Teyvóru nevniliga javnaðar-fólk og duldu ikki fyri tíheldur. Petur Mohr Damvar tískil eisini javnan ágátt. Hann gjørdi tóongan háva av sínipolitisku støðutakan.Hetta verður bert nevntfyri at undirstrika, athjúnini bæði høvdu sínaegnu støðu, eisini ípolitikki.

Børnini hjá teimumvóru Páll, Sámal, Elin,Hildibjørt og Sigrid.

Eftirmælið hjáverdóttrinium FredrikkuTað vóru góð viðurskifti ífamiljuni. Sonurin, Sámal,búði saman við sínumhúski áfast í húsini hjáGazet. Verdótturin Elisa-beth gevur vermóðrinihetta eftirmæli:

"Tá tað skal skrivastokkurt um Fridrikku, táer tað ikki so lætt, hvarein skal byrja. Nú er fram-manundan skrivað umGazet.Tað er fyri mítt við-komandi nógv gott atskriva um tey bæði.

Fredrikka var ógvuligagløgg.Henni dámdi væl atlesa, og hon skilti tað hon

læs. Tað var ein frøði atfara inn á gólvið hjá teim-um báðum. Fredrikka varskjót við drekkamunn-inum. Altíð var okkurtgott afturvið. Hon dugdivæl at baka og altíð varreinur dúkur á borðinum.

Fredrikka var á háskúlasum ung. Har lærdi honmangt, sum ikki var solíka til at koma til í Føroy-um. Henni dámdi væl atsyngja. Hon hevði gottmál og dugdi væl av sang-um og sálmum. At komainn á gólvið hjá teimum,tá tey sótu við radio oglurtaðu eftir gudstænastufrá norðmanninum, taðvar so hátíðarligt.Tá í tíð-ini var jú so nógv lurtaðeftir Noreg.

Tað vóru nógv viður-skifti, sum høvdu hennaraáhuga. Hon fylgdi væl viðí politikki. Hon krógvaðiikki, hvar hon stóð. Taðandaliga hevði hennarastóra áhuga. Tað hevðihon heimanifrá. Fred-rikka stóð væl undir lið-uni á manninum. Honhevði sum hann stóranáhuga í tí sum vaks, oghon gleddist nógv umurtagarðin, har eisinivóru vakrir krókar, hartað til bar at hugna sær.

Tá hugsað verður um atkunna liva av tí, ein urta-garður gevur, so er hettaikki so lætt at skilja í dag.Eitt er púra vist, at dagar-nir vóru mangan langirhjá øllum, sum hoyrdu tilheimið.

Vit kunna ætla at við-hvørt vóru bakkøst, tíveðrið var ikki altíð tilvildar. Her skal verðanevnt eitt dømi. Eitt áriðvóru gularøturnar undan-komnar, tá eitt illveðurkom vestaneftir og allargularøturnar fóru av sjó-roki, sum rættuliga kanngera um seg í Kirkjubø.Tað árið blivu gularøtur-nar seinar, tí tað mátti sá-ast av nýggjum. Hetta erbert eitt dømi av fleirium, hvussu tað kundigangast. Tað skal tol oghugur til at fáast við slíkt,men spennandi er tað.

Fredrikka stóð væl und-ir liðini á manninum, eis-ini tá hugsað verður um,at Gazet var vegetar. Taðsetti síni krøv til konuna,tí tað var jú hon, ið gjørdimatin. Tað tók hon sumsína skyldu.Men tað kundivera eitt sindur trupult, tíí Kirkjubø var jú einginhandil, men við góðumvilja bar tað væl til.

Nógv gott kundi veriðskrivað afturat. Tey erufyri nógvum árum síðanifarin undir grønu torvu.Sanniliga tvey sjáldsomfólk, mentafólk av tí góðagamla slagnum.

Friður veri við minn-inum.

Urtagarðurin sæð móti kirkjuni. Frá vinstru síggjast: Hannemia, sum var giftvið beiggja Fredrikku, Poul Titus. Síðan er tað Fredrikka og so Gazet sjálvur.

Her sæst verdótturin Bodil, sum var gift við Páll hjá Gazet, við einum pokali, sumGazet vann á "6.nordiske haveudstilling", sum var í Keypmannahavn í 1937.

Tann fyrsti sum fekk staðfest gullaksundir Føroyum var Gazet Patursson.

Page 17: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 17Nr. 306 - 27. november 2003

EElliissaabbeetthhHelt ólavsøku við húsGazet hevði tað prinsipp,at hann arbeiddi ikkisunnudag. Tá fór hann ípussið, men fór kortini íurtagarðin og pilkaði okk-urt ókrút.Tey bæði hilduólavsøku heima hjá særsjálvum. Tey pyntaða seguttan at fara til Havnar, tíonkur kundi jú koma inná gólvið. Tað kundi eisinihenda, at tey bæðifóru í Hólm-

in á ólavsøku.Hvørt háskúlaskeið kom

vitjan og varð víst runt íurtagarðinum. Tað komunógvir aðrir gestir eisini.Gazer tók gjarna ímótigestum, men hann fórikki út til onnur. Honumdámdi sera væl at lesa, ogat loysa krossorðagátur,eisini tá hann ikki kundisova.

Niels Winther Poulsengav Gazet tað

ummæli, at

"við honum er ein merkis-maður farin. Lítillátin ogstillførur var hann allarsínar dagar, men tó hevurhann sett sær spor, sumseint verða tilgrógvin."

Hann var ein av teim-um, sum fyrireikaðu segtil endan. Tann 3. nov.1969 boðar hann Zoolog-isk museum, at nú hanner farin at eldast,hann vartá 90 ár, hevur hann ikkiorku til at hugsa meiraum at senda teimumsummarfuglar.

Hertil svarar Niels L.Wolf:

"Mange tak for Deresvenlige brev af 3.ds. De

gør slet ikke indtryk af,at alderen trykker Dem.

Men hvis De helst vilvære fri for at tænkemere på sommerfugle,vil jeg blot takke Demfor den interesse, Dealtid har vist for dem, ogfor Deres gode bidrag tilkendskabet om Færøer-nes sommerfugle."

Tá hann doyði var hannliðugur at vára, honumlongdist bert eftir lýkku.Kvøldið fyri, sum hannandaðist, kom lýregn.Hetta fegnaðist hann um,so ússaligur hann var, oghann helt fyri, at "Nú faramorgunfrúurnar at næla."

Sámal og Elisabth merktu,at nú var endin nær, sotey sendu síni trý børninn til abban at geva hon-um ein serligan koss.

Um náttina fór hann,men um morgunin vístitað seg, at morgunfrúur-nar nældu. Hesa ferð komhann ikki at gleða seguppi yvir teimum. Hannvar farin inn til eina størrigleði.

Hann var andsfrískur tiltað síðsta og fylgdi liv-andi við í øllum, sum fyri-fórst til tað seinasta.

Gazet varð heiðraðurfyri sítt framúrskarandivirki m.a. av landsstýr-

inum við heiðursmerkiog av kongi við riddara-krossinum. Í 1949 fekkhann frá Føroya Løgtingeina virðis- og sømdar-pening uppá kr. 1.000,sum var heilt fitt av pen-ingi tá í tíðini.

Víst var Gazet einmerkismaður, og vit erufegin um møguleikan athava givið honum hettaeftirmælið. Um onkur ersum veit meira um Gazet,enn tað vit hava havt her,vilja vit fegin frætta.

Hetta er brævið frá Universitetets Zoologiske Muse-um, har gullaksur fyrstu ferð verður staðfestur íFøroyum.

Viðurkenning frá Føroya Løgtingi.Gazet.

Hendan myndin er helst frá høvuðsframsýningini íbátahøllini á Debesartrøð í 1952.Framsýningin varí sambandi við, at løgtingið varð 100 ár. Prýðiðfremst á myndini er sett upp av Gazet.

Gazet í urtagarðinum.Her sæst Fredrikka á ungum árum saman viðbeiggja sínum Sámal Edil. Sámal Edil fórst sumungur á sjónum.

Uttast t.h. er Fredrikka, næst henni systurin Karinog síðani hálvsysturin Sigrid. Fremst er mamman,Marianna.

Page 18: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 18 Nr. 306 - 27. november 2003Síða 18

Góðir dagará SyðradaliTað er sera ymiskt hvussuvit uppfata tað, sum hend-ir rundan um okkum.Hetta er knýtt at, hvussuvit sjálvi hava tað inni íokkum sjálvum,og hvussugomul vit eru.

Eg vil greiða frá einihending, sum fór framfyri 40 árum síðani. Onk-ur, sum er komin meira tilárs, kundi greitt frá hend-ingini frá einum øðrumsjónarmiði. Men sumbarn, bert 6 ára gamal, vileg greiða frá henni, sumeitt barn upplivdi tað.

Eg minnist góðar dagaryvir á Syðradali, hvussuhetta bygdalívið var eyð-kent av samanhaldi. Eis-ini, hvussu dagligdagurinvar sermerktur av, atbørnini tóku lut í øllum,sum fór fram.Tað var ikkibert á skúlabeinki, at vitfingu útbúgvingina, meneisini í tí dagliga arbeið-inum. Av heusm fekk eineina serliga kenslu av,hvat tað var at vera á einibygd sum hesari.

Serliga minnist eg løturí hoyggingartíð uppi viðRevagarðin, tá tú kundisíggja alt bygdafólkið,sum tókst við at hoyggja.Hetta sermerkti bygdalag-ið, at øll vistu hvat fórfram og tóku lut í tí.

Var tað ein fjalldagur, sobíðaðu øll spent eftir, nærfjallbáturin kom undanhøvdanum,og síðan saml-aðust øll niðri á brúnnifyri at fregnast, hvussugingist hevði. Soleiðisstóð øll bygdin saman umtað, sum gjørt varð.

Tá sjógvurin skuldi troyt-ast, vóru tað eisini ríkarløtur, tá fleiri bátar blivuflotaðir, og menn fóru útá hav at søkja tað, sumokkum tørvaði.

Ein dagin hugdi egoman á brúnna. Tá sá egnakrar ungar menn stillanakrar tunnur upp. Síðanfóru teir upp á tunnurnarog lupu so á sjógv, og

vístu síni kynstur har.Av øllum hesum, sum

ein upplivdi, gjørdi egmær eina mynd av teim-um menniskjum, sumbúðu har.At tey kundi ogkláraðu alt, og einginkundu steðga teimum. Eghevði fult álit á teimum.Soleiðis sá eg hesi menn-iskju og hesa bygd, og tíhavi eg serliga góð minnihigani, og fara tey ongan-tíð burtur aftur. Hoygg-ingartíðir, fjalltíðir, tá bát-arnir vóru flotaðir, og tásluppirnar løgdu at kaj-endanum, tá tær komu ogfóru. Dýrabar minni. Lívs-ins skúli.Tað eri eg glaðurfyri.

SorgardagurinSum eg nevndi, hugsaðieg, at einki kundi steðgahesum monnum, inntilein dagin eg uppdagaði,

at soleiðis var ikki. Hend-an dagin tann 23.septemb-er 1963 gekk tað upp fyrimær, at tað var okkurtsum kundi steðga okkumá okkara lívsleið. Hendandagin lá nakað óhugnaligtyvir bygdini.Tá var ikki sovanligt at fortelja alt fyribørnum. Men eg minnisthenda ófrættadámin, sumlá yvir bygdini. Ongantíðáður hevði eg sæð teyvaksnu grátið sum børnfyrr enn tann dagin.

Tá fekk eg at síggja, atvit eru ikki altvaldandimenniskju, men tað erein, sum kann steðga okk-

um."Dimmalætting" skriv-ar soleiðis um hendan til-burð hin 25. september1963:

"Maskinbátur úr Syðra-dali horvin á útróðri.

Hóast dúglig leiting avskipum og flogførum er6-mannafarið "Kallur" við3 monnum ikki aftur íaftur komið.

Síðani á miðdegi mána-dagin og allan gjár havaskip og bátar leitað eftir6-mannafarinum "Kallur"úr Syðradali við trimummonnum,sum farnir vóruav Klaksvík um kl 02 nátt-ina millum sunnudag ogmána. Teir høvdu fingiðsær agn í Klaksvík og ætl-aðu at stima norð umKallin við línu.

Seinast, ið báturin –hvítur við grønum stokk-um og við hvítum stýr-húsi – er sæddur var,mána-dagin fyrrapartin um 11-tíðina, tá ið bátur úrOyndarfirði kom fram áhann millum Kallin ogFunningsmúla. Syðradals-báturin stimaði tá eftirkýki. Seinni eru 2 kýkarfunnir út fyri Líðarmunnaá Kallsoynni og 2 línutrogfyri Keldunum, og møgu-liga eru tey av saknaðabátinum.

Veðrið var toluligt, táSyðradalsmenninir fórutil útróðrar, men sum dag-urin leið vaks vindurin,og seinastu týsnáttina varóveður.

Í leitingini fyristílað avverjuskipinum "Vædder-en" luttóku fleiri føroyskskip og útróðrarbátar, ogThorshavn radio hevðialla tíðina samband viðtey og leiðbeindi tey.Einahelst var leitað íDjúpunum, men eisininorðanfyri og sunnanfyri.

Millum skip, ið leitaðu,vóru Víkingur, Pride,Stella Maria, Lishøvdi,Nevið Reyða, verjuskipiðTeistin,norska bjargingar-skipið Skomvær II,Havna-tindur og Pálsdrangur. Ogí gjár sendi "Vædderen"upp helikoptara sín, einsog flogfar frá eingilskustrondverjuni, CoastGuard, tók lut í leitingini,sum helt fram allan daginí gjár.

Enn í gjárkvøldið vartíverri leitað til einkis.

Við 6-mannafarinumvóru teir tríggir: DanielDanielsen, 67 ára gamal,giftur og pápi at fleiribørnum, sonur hansaraJoen Simon Danielsen, 29ár, giftur, og pápi at 4mánaðar gomlum barni,og systkinabarn hansaraHenry Danielsen,30 ár ogógiftur."

Troystin í ervaHetta var ein hending, egongantíð komi at gloyma.Hevði kent ein trygganbarndóm, men nú var altmerkt av ótryggleika ogvónloysi, sum ikki kanngreiðast frá. Hetta førdivið sær, at eg fór at leitaeftir Honum, sum ersterkari enn eg.

Ja, mangan tørvar okk-um at uppliva hetta vón-loysi fyri veruliga at leitatil Hann, sum kann hjálpaokkum. Eina løtu sumhesa, tá vit minnast teir,sum farnir eru, kann egbíta merki í, at vit øll blívalíka, tá vit standa andlit tilandlit við deyðan. Tá ereingin munur, um tú ertbarn ella vaksin, hvussutær hevur gingist í lív-inum, væl ella illa. Tað erheldur eingin munurhvønn trúarbólk, tú hoyr-

ir til.Nei, andlit til andlit við

deyðan er bert eitt sumtelur, og tað er hetta:"Hvat havi eg gjørt viðJesus?" Tað er bert einpersónur, sum hevurvunnið á deyðanum, ogtað er Jesus, og tí vil eghalga hesa løtu serstak-liga til Hansara, so hettakann ikki bert vera einsorgarløta, men ein gleði-løta. Hetta er tað, sum ervón okkara, Jesus Kristus.Tá vit byrja lívið eru vithjálparleys. Sum nýføð-ingur hava vit brúk fyri, atonkur tekur sær av okk-um, og tá vit skulu inn ídeyðan, hava vit eisinibrúk fyri, at onkur tekursær av okkum. Og hettaer tað einasta, sum kannbjarga okkum. Tí vit eruøll hjálparleys.

Serliga verða vit mintum tað eina hending sumhesa, tá havið tók taðbesta frá okkum. Tá ergott at eiga Hann, sumikki kann takast frá okk-um.Okkara støða yvir fyriHonum kemur at avgera,hvar vit eru í ævinleik-anum. Eiga vit hann sumvin, Jesus Kristus, so eruvit saman við honum. Sokann havið ikki gera nak-að við okkum.Heldur ikkideyðin, tí deyðin er farin.

Eg vil nú biðja eina bøntil Gud: "Góði Faðir íHimli, eg biði Teg um, atTú vil signa henda boð-skap til okkum. At Tú viltroysta tey sum syrgja.Ognú vit fara at lesa nøvniniá teimum, sum farin eruhetta seinasta árið, viljavit heita á Teg um at veravið okkum hesa løtu.Styrk okkum gjøgnumtað, sum fer fram. Eg biðiteg í Tínum navni.Amen.

Minningarhaldið á Syðradali:

40 ár síðan Syðradalsbáturin"Kallur" gekk burturTann 1. november var eisini minningar-hald á Syðradali á Kalsoynni, og varhetta serliga merkt av, at tað í ár eru 40ár liðin, síðan báturin "Kallur" av Syðra-dali gekk burtur.

Røðari var Jákup Eli Østerø, og endur-geva vit hansara røðu:

Røðari, á minningarhaldinum á Syðradali áKalsoynni, var Jákup Eli Østerø.

Dánjal Danielsen. Jóan Símun Danielsen. Henry Danielsen.

Page 19: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 19Nr. 306 - 27. november 2003

Greinin um føroyskuhúgvuna er løtt at lesa, ogtí endurgeva vit hana,sum hon er skrivað, menfara vit tó at gera ein sam-andrátt. Søgan snýr segum Vilmund BernharðKristjánsson, sum erføddur í 1901, og tað erabbasonur hansara viðsama navni, sum hevurskrivað frásøgnina.

Vilmundur hevur í1936-37 verið við før-oysku sluppini "Svínoy".Vilmund var maskin-meistari av yrki og fluttiungur til Vestmanna-oyggjar. Her kom hann atkenna føroyingar og varvið til at læra teir at fiskavið gørnum, og tað var íhesum sambandi, at hannvar við "Svínoy". Her komhann at kenna føroyingarserliga væl, og tað var ser-stakliga ein teirra, hanngjørdist vinur við. Vil-mund segði so einaferðvið sín føroyska vin, athonum líktist sera væl áhansara føroysku húgvu,sum hann helt vera so"skemtiliga", og hannkundi hugsað sær at átteina slíka. Hetta varð eis-ini lovað honum. Teirhøvdu annars nógv felagsáhugamál, og aftaná tíð-ina við "Svínoy" høvduteir samband sínámillum.

Men sum ofta er, so helthetta samband uppat,sum frá leið. Teir báðirhava havt nóg mikið umat vera av øðrum, og sam-skiftismøguleikarnir havaheldur ikki verið sum ídag.

Pakki kemurMen ein dagin, langt eftirhetta, fær Vilmundur boðfrá posthúsinum um, ather liggur ein pakki tilhansara. Hann skundarsær eftir pakkanum, ogstór var hansara undran,tá hann pakkaði upp. Herlá ein føroysk húgva ogeitt bræv. Tað var skrivað

av systir til hansara gamlaføroyska vin. Hann vardeyður nú, men á deyða-legu síni hevði hann bið-ið systir sína um at sendaVilmundi sína føroyskahúgvu, tí hetta hevðihann lovað honum, tá teirvóru saman. Og tað láhonum á sinni,nú hann látil tað síðsta, at halda lyft-ið. Systirin greiddu eisinifrá lívinum hjá beiggj-anum, eftir at teir báðirhøvdu verið saman. Hannhevði ligið sjúkur leingi,og tað hevði verið umráð-andi hjá honum at haldasítt lyfti til vinmannin,áðrenn hann fór av fold-um. Systirin vildi fremjalyftið.

Húgvan varð goymdsum reyðargull og fylgdiVilmund eisini, tá hannflutti úr aftur Vestmanna-oyggjunum. Hann gjørd-ist fyrst bóndi á megin-landinum, og at enda bú-settist hann á Hafnafjørð-inum. Hann doyði í 1964.Síðan varðveitti konahansara húgvuna, til hondoyði í 1988.

Nú hevur abbasonurinog navnin, VilmundurKristjánsson, húgvunaundir hond. Hann hevursett hana í rammu, oghon hongur á stovuvegg-inum hjá honum.

Sigast kann, at hendansøgan er eitt vakurt íkastum tað aldargamla sam-band, sum hevur veriðmillum føroyingar og ís-lendingar, og sum vithava havt so nógvar frá-sagnir um her í blaðnum.

Spurningurin er nú, umnakar føroyingur kennistvið hesa søgu. Tað kundiverið stuttligt, um onkurav okkara lesarum veit,hvør hesi føroyski fiski-maðurin er. Í so fall viljavit fegin frætta!

Søgan um føroysku húgvuna byrjar um-borð á "Svínoy". "Svínoy" varð keypt tilFøroya í 1926 av Jóan Jakku, Jens Klæm-inti og Jákupi hjá Jensi. Jákup átti helvt-ina, hinir hvør sín fjórðing. Seinni komJens Klæmint at eiga skipið einsamallur.Hon var nakað væl størri enn sluppirnar,og nógv longri enn nakað av hinumskipunum, hevði norskt snið og bygd tilíshavsskútu, men motorurin var ikkigóður, so hon fór ikki til Grønlands fyrrenn í 1929.

Sambært hesi søgu hevur "Svínoy" ver-ið undangonguskip, tá talan er umgarnaveiðu.

Greinin hjá Vilmundi Bernharð Kristjánsson í heilum líki, sum hon varð prentað í “Víkingur”.

Søgan um eina føroyska húgvuÍ íslendska blaðnum "Víkingur" hava vitfunnið eina fitta søgu um eina føroyskahúgvu. "Víkingur" verður givin út av ís-lendska yvirmannafelagnum Farmanna-og Fiskimannasamband Íslands, sum FFhevur havt nógv viðurskifti við í mong ár.Blaðið kemur út fýra ferðir árliga.Hendan frásøgnin stóð í blaði nr. 3 fyri2003.

Vitja heimasíðunawww.fiskimannafelag.fo

Page 20: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 20 Nr. 306 - 27. november 2003Síða 20

Óli veit í hvussu er, hvathann tosar um, tá talan erum sigling og fiskiskap.Hann er uppvaksin í ein-um útróðrarumhvøri.Hannhevur verið til skips.Síðan fór hann uppáskúla og so út at sigla.Síðan tók hann lærara-prógv og gjørdist lærari ásjómansskúlanum, til hannfór at skriva um skip!

Alt hetta man hava giv-ið honum íblástur til atkortleggja okkara søgu áøkinum. Fyrst og fremstman hann vera kendurfyri sínar søguligu frá-sagnir um okkara skipa-søgu í Dimmalætting.

Vit vita av egnumroyndum, at alt hettakann vera eitt drúgt ar-beiði. Men so mikið stutt-ligari er tað, tá úrslitiðliggur á borðinum. Taðskal eisini sigast, at hettaer eitt øki, sum fólk havastóran áhuga fyri, og sumverður lisið fram um ann-að tilfar.

Bókin hjá Óla snýr segum sigling og útbúgving,og hetta skuldi í sær sjálv-um havt áhuga hjá øllum,og ikki minst hjá teimumsum hava "sjógv í æðr-unum". Tó skal sigast, atjúst hendan bókin vendirsær til ein meira avmark-aðan lesaraskara, tí honsnýr seg í høvuðsheitum"bert" um siglingarfrøðiog navigatørútbúgving.

Spennandi evniHetta er tó eitt seraspennandi øki. Her fáa vitfyrst greitt frá tí søguliga,hvussu menn funnu mill-um lond, áðrenn nakað

var sum æt kumpass.Síðan er frágreiðing umfornan føroyskan sjó-mansskap. Eitt kapittul erum úbúgving í siglingar-frøði í danska ríkunum,og síðan um siglingarlæruí Føroyum.

Hetta er eisini sera for-vitnisligur lestur. Frálæranbyrjar við Mads ChristianWinther, sjómaður, sumer føddur í Horsens í1748. Hann finnur einaføroyska gentu og kemurat búgva í Føroyum oghervið førdi Winthernavnið til Føroyar.Tað varhann sum lærdi NólsoyarPáll siglingarfrøði! Fleirionnur nøvn er í hesumsambandi, men um aldar-skifti fara menn, sum eruskiparar,at læra frá sær,ogvar hetta grundarlagiðfyri teirri útbúgvingar-skipan, sum vit hava ídag.

Teir, sum kanska settustørstu spor eftir seg áhesum økinum, vóru Jensí Dali og sonur hansaraJens Pauli í Dali. Og sigast

má, at Jens í Dali er tannmest spennandi persón-urin í allari hesi søgu.Hann hevur verð einframúr framburðsmaðurá fleiri økjum. Tað samakann sigast um hinar "íDali". Vit hava havt frá-søgn um hendan partinav sjómansskúlasøguniher í blaðnum.Tað er ikkiallur dramatikkurin, sumer komin við í bókina hjáÓla, sum viðurskiftini viðteir donski missións-menninar Viggo RyvingJensen og Anders Niel-sen, sum bygdu tað, vit ídag kenna sum "gamlasjómansskúlan". Men taðer kanska líka frætt ikki atgrava slíkt upp aftur 100ár aftaná.

Onkrar konfliktir havaverið við danskar myndug-leikar á økinum, menkortini ikki so nógv, sumá so nógvum øðrum økj-um. Men kortini hava ver-ið hendingar, har tað vargreitt talan um danskasjikanu við próvtøkuna.Men vit kunnu troystaokkum við, at hetta ersøga.

1000 skipararAftast í bókini er eitt yvir-lit yvir allar teir, sum havatikið prógv fram til 1928.Teir eru fleiri enn 1000,og er hetta eitt ótrúligastórt tal, tá hugsað verðurum fólkatalið annars.Teirsum hava tikið prógv eftirhetta,man vera fleiri ferð-ir so nógv.Tískil er einginivi um, at vit hava havt oghava eina væl útbúnamanning á okkara skip-um.

Alt í alt er her talanum eina væla bók, sumer spennandi lesnaðurhjá øllum sjóvinnu-áhugaðum.

Sumt av tilfarinum,sum t.d. reglugerðiro.t., er turrisligur lesn-aður. Hetta kundi ver-ið sum eitt skjal aftastí bókini.Her er heldureinki indeks við leiti-orðum. Men hettakann náast til seinnubókina. Tað er einginivi um, at eitt slíktøkir munandi umvirðið á eini slíkaribók.

Kennir nakarstjørnukortiðVit fara í hesum sam-bandi, at nýta høviðtil at spyrja enn eina-ferð, um nakar kenn-ist við stjørnukortið, sumvit endurgeva mynd av.Vit høvdu fyrispurninginí blaði nr.301.Eggert Han-sen, búsitandi í Nólsoy,hevði kortið frá abba sín-um Hanus hjá Malenu avTvøroyri. Hann var skip-ari seinnapartin av 19.øldog fyrst í 20.øld.Og hannátti eitt slíkt stjørnukort.Men tað var eingin sumkundi siga okkum meirafrá tí.

Men nú spyrja vit einaferð enn. Kennir nakar tilstjørnukortið, verður við-komandi biðin um atvenda sær til okkara.

Vit vilja annars gevabókini Sigling og Útbúgv-ing besta viðmæli.

Ummæli:

Sigling og ÚtbúgvingMillum tær nógvu bøkurnar, sum eru komnar út um okkara fiskivinnu- og sigling-arsøgu, er eisini fyrri partur av Sigling og Útbúgving, sum er skrivað av Óla Olsen.

Óli Olsen.

Kennir nakarstjørnukortið?

Hesin skiparin, sum tekursólarhæddina er Sigurd Andreasen (1903-1951).Hann var ættaður av Eiði men búsitandi í Lorvík.

Jens og Maria í Dalivið børnunum aftastf.v. Hillebert, JohannaElisabeth og Jens Pauli.

Bestimaður á Sigurfar-inum Jákup AndreasHeinesen úr Kunoy.

Hann gjørdist seinnisera kendur sum skip-

arin á Britons Pride.

Page 21: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 21Nr. 306 - 27. november 2003

FelagsformansvalÍ ár er felagsformansval í Føroya Fiski-mannafelag. Um uppstilling og valsigur lóg felagsins:

Við vali av felags- og sýsluformonnum hevurhvør sókn rætt til at stilla upp ein mann.Við valiav felagsformanni hava eisini limirnir á teim-um skipum, sum eru burtur, tá uppstillingin ferfram, rætt til at stilla upp ein mann. Maður eruppstillaður sum felagsformansevni, um 5 sókn-ir/skipsmanningar skjóta hann upp.

Valini eru loynilig og fara fram eftir reglum,sum felagsstjórnin ásetur. Skipast skal so fyri, atlimir, sum eru burtur, meðan valið fer fram,skulu hava høvi til at greiða atkvøðu.

Atkvøðuseðlarnir verða sendir grannskoðarafelagsins, sum telur atkvøðurnar upp.

Allir formenn verða valdir fyri trý ár í senn, ogtekur valskeiðið við 1. februar.

Felagsstjórnin hevur annarsásett hesar reglur fyri val:

Viðvíkjandi uppstilling:a. Boð um uppstilling verða send sóknum og

skipum fyrst í november. Fráboðanin fer eisinifram í FF-blaðnum.

b. Seinasta freist at boða frá uppstilling er 4.desember kl. 16, og skal uppstillingin vera vátt-að av sóknarformanni ella álitismanni hjámanningini.

c. Viðvíkjandi vali:a. Valrætt hava teir fiskimenn,sum hava goldið

limagjald fyri 2002/2003, ella sum í 2003eru mynstraðir og verða avroknaðir eftirsáttmála millum Føroya Reiðarafelag og Før-oya Fiskimannafelag, tó skiparin undantik-in.

b. Felagsskrivstovan sendir áðrenn valið sókn-arformonnum yvirlit yvir fiskimenn við at-kvøðurætti.

c. Á atkvøðuseðlinum verða prentað nøvnini ávalevnum. Hesin skal koyrast í ein bræv-bjálva.Aftanfyri skal skrivast navn, bústaður,føðingardagur og seinasta skip og tíðar-skeið, viðkomandi hevur verið við. Bræv-bjálvin skal sendast beinleiðis til grannskoð-ara felagsins.

d. Sóknarformenninir skipa fyri valinum, so-leiðis at teir býta atkvøðu- seðlarnar út tillimirnar og so vítt gjørligt heinta teir. Í sókn-um, har tað av praktiskum ella øðrum or-søkum ikki ber til at nýta hesa manna-gongd, verða atkvøðuseðlarnir sendir bein-leiðis til limirnar við postinum. Hesir sendateir beinleiðis aftur til grannskoðara felags-ins.

e. Har sóknarformenninir skipa fyri valinumverður samsýningin kr. 7 pr. fiskimann viðatkvøðurætti.

f. Atkvøðuseðlarnir skulu vera grannskoðarafelagsins í hendi í seinasta lagi 30. januar.

g. Fiskimenn, sum eru burtur, meðan valið ferfram, fáa atkvøðuseðil sendandi umborð.

h. Mannagongdin við valinum verður lýst íbløðunum.

Tað eru fiskivinnulondinií ES, sum saman við lond-unum í norðuratlantshaviog baltalondunum, iðhava tikið seg saman umeina verkætlan at finnafelags mát fyri hugtøk-unum: Kapasitetur, veiði-trýst, burðardygg veiða,lønsemi og búskaparligburðardygd.

Tað er hesi ætlan, sumÓli nú arbeiðir við. Ólihevur verið við í einumarbeiðsbólki av búskapar-frøðingum frá 20 fiski-veiðilondum í Evropa,sum umboða umleið246.000 fiskimenn. Enda-málið við hesum bólkihevur, sum sagt, verið atfáa til vega hagtøl, sumkunnu sammetast frálandi til land. Og slík hag-tøl eru eisini neyðug, fyriat kunnu sammeta tærymisku reguleringsskip-aninar, sum tey ymiskulondini hava.

Upprunin til hugskotið,at sammeta tær ymsufiskiveiðiskipaninar,komuá einum fundi í FAO, mat-vørustovninum hjá ST,har ein serfrøðingur førdifram, at einasta nýtiligareguleringsskipan var einkvotaskipan. Serfrøðing-urin førdi eisini fram, atvíst høvdu summi londhavt fiskidagaskipan,men"ein slík skipan var einómøguligheit".

Óli var á fundinum oghevði, sum rímiligt er,eina heilt aðra fatan. Oghetta er endað við, athann í summar fór tilHaag í Hollandi, har hannskal hava sum høvuðs-uppgávu at vera við í einiverkætlan, har endamáliðer at savna saman tilfar,sum skal nýtast til einasammeting av teimumymisku skipanunum.Hettaer ein uppgávu, sum ífyrsta umfari fer at takaein 2-3 ár.

Men Óli er so væl fyri,at viðvíkjandi Føroyumhevur hann longu góð tølat arbeiða við.Og her tek-ur hann serliga til tølinihjá p/f Beta og hjá FøroyaFiskimannafelag sumframúr grundarlag fyri ar-beiðinum.

Henda verkætlan verð-ur m.a. fíggjað av Nordisk

Ministerråd.Óli hevur einfylgibólk í Føroyum, sumkann stuðla honum viðtilfari, og har hann kannleita sær ráð. Í hesumfylgibólki eru Olaf Olsen,Jákup Sólstein og ÓliJacobsen.

Óli hevur júst verið íFøroyum, har hann m.a.hevur havt fund við fylgi-bólkin. Sum skilst hevurgingist væl í Hollandi. Ar-beiðið gongur sum ætlað,og familjan trívist væl.Haag hevur annars eittserligt altjóða umhvørvi.Tað eru heili 40% av fólk-inum, sum eru útlending-ar, so tað ber til at fáaíblástur nógvar staðni frá.

Altjóða ráðstevnaí FøroyumÍ samband við hesa verk-ætlan, er ætlanin at skipafyri eini millumtjóða ráð-

stevnu í Føroyum 4.junikomandi ár. Heitið ástevnuni er:

RReegguulleerriinnggsssskkiippaanniirr ––ssaammssvvaarraarr tteeoorrii vviiðð vveerruu--lleeiikkaann??

Vertir fyri ráðstevnunaverða føroyski fiskimála-ráðharrin og FAREC, sumer fyritøkan hjá Óla Sam-ró.

Ætlanin er at JacobVestergaard, landsstýris-maður í fiskivinnumál-um, skal opna stevnunaog orðstýrari verður ÁrniOlafsson "okkara maður"í danska uttanríkisráð-num.

Ætlanin er at hava einafjølbroytta útendska um-boðan. Millum hesarverða fiskimálaráðharrar-nir í norðurlondum, ogumboð fyri ES, ICES ogFAO, sum er matvøru-stovnurin hjá ST, sumhevur eina serliga fiksi-vinnudeild.

Evnið á fundinum verð-ur "ein praktisk lýsing av,hvussu tær ymisku skip-anirnar við veiðureguler-ing ávirka lønsemið ívinnuni".

Fiskimaður frá ÍsraelHer verða nógvar "kanón-ir" av ymiskum slag. Mentað sum vit halda vera sonýskapandi er, at herverður eisini ein fiski-maður, og tað enntá fráÍsrael.

Talan er um MenakhemBen-Yami, sum uppruna-liga var fiskimaður. Í dagverður hann roknaður at

vera ein sjálvlærdur fiski-vinnuteknologur. Hettahevur ført við sær, atMenakhem hevur havtein hóp av álitisstørvum íÍsrael og í altjóða stovn-um. Tann fremsti av hes-um er FAO, sum ger eittstórt arbeiði at mennafiskiskapin í menningar-londum. Hetta hevur førtfiskimannin Menakhemvíða um, og hann hevurtískil royndir frá fiski-veiðu á øllum "sjey høv-um". Hann er eisini skriv-andi maður, og tað er frá-líka gott skil á tí, sumhann hevur at føra fram.Umframt greinir hevurhann skrivað ritgerðir avøllum møguligum slag. Í1996 gjørdist Menakhamheiðursdoktari við lærdaháskúlan í Kaliningrad.

So tað er ein royndurmaður, sum kemur higar.Óli Jacobsen og hannhava annars hitst áður.Hetta var á eini IFISHstevnu um trygd ogheilsu hjá fiskimonnum,sum varð hildin í USA í2000.

Tað er neyvan ivi um,attað verður meira at frættafrá Menakhem, tá hannkemur higar.

Vit fara at greiða nærrifrá ráðstevnuni, tá hon ferat nærkast.

Óli Samró í Hollandi

Her sæst Óli saman við sínum baklandi.

Menakhem Ben-Yami,upprunaliga fiskimað-ur, nú altjóða viður-kendur serfrøðingur,verður við á ráðstevn-uni.

Sum kunnugt hevur Óli Samró, sum m.a. er formaður í fiskidagaskipanini, fingiðeina avbjóðing á altjóða støði. Hann býr fyri tíðina í Haag í Hollandi, har hann er viðí eini verkætlan, har endamálið er at sammeta tær fiskiveiðiskipanir, sum tey ym-isku londini hava. Hetta merkir, at vit nú fáa eina almenna sammeting av okkarafiskidagaskipan við ta kvotaskipan, sum tey flestu londini annars nýta.

FF-blaðið www.fiskimannafelag.fo

Page 22: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 22 Nr. 306 - 27. november 2003Síða 22

Í vár høvdu vit eina sam-røðu við tann tá virkandikommunulæknanum íGøtu læknadømi, GunnarBjørkman, sum var av-loysari hjá Andreasi Peter-sen, sum annars er settikommunulæknin í lækna-døminum.Til seinasta valvarð Andrias valdur áting, og tað er lætt atímynda sær, at tað at veratingmaður, ikki minst ábygd, og kommunulæknimá vera ringt at sameina.

Andrias valdi tískil atfáa sær farloyvi sum læknií eitt hálvt ár, og í hansarastað kom Gunnar, sum ersvenskari og kemur fráGøteborg.

Væl dámdur lækniGunnar er ein fyrikom-andi og dámligur maður,og hetta er eisini tað um-mæli, hann fekk í Gøtu avteimum, sum eru í viðtaluhjá honum.

Men tann 1. apríl vartíðin hjá Gunnari úti íGøtu, og hann og konan,Ditte, fóru aftur til Svørík-is.

Men Føroya-basillan manhava bitið seg fasta, tí eftirfáum mánaðum komu tey

aftur og fingu eitt vikariatá Sandoynni.

Nú um dagarnar hittu

vit Gunnar og Ditte áHavnargøtum, og komutey inn á gólvið á Fiski-

mannafelagnum. Og núeru tey komin aftur tilGøtu, tí Andreas hevurenn einaferð valt at takafarloyvi frá læknayrki-num, meðan mest er atgera í tinginum. Hesaferðbúgva tey ikki í Norðra-gøtu sum seinast,men teyhava fingið innivist í Lor-vík, men viðtalan er íGøtudali.

Teimum dámdu væl áSandoynni, men hetta ersera bundisligt. Eru tveirlæknar, hava teir sam-døgursvakt helvtina avtíðini. Tá er tað hóast altfrægari í Eysturoynni, hartað eru nógv fleiri læknarat skiftast um vaktirnar.

Tey bæði lata væl at, atbúgva í Lorvík. Hendandagin skuldu tey havakalva til døgurða, oghendan høvdu tey fingiðfrá útróðrarmanni í Lor-vík. So – eins og tey følduseg væl at búgva í Gøtu –føla seg eisini væl í Lor-vík.

Frá skurðlækna tilGøtu læknadømiGunnar er annars skurð-lækni,og hansara sergreiner krabbamein hjá konu-fólki.

Men tá hann hevði virk-að sum yvirlækni í 15 ár,og børnini vóru undan-komin, vildu hann ogkonan, sum er sjúkrasyst-ir, uppliva eitt sindur avverðini.

Hetta hevur so ført teykring stóran part av heim-inum, har Gunnar hevurvirkað sum lækni. Hannhevur verið í Indien og ífleiri londum í Afrika.Hann hevur virkað sumskipslækni á einum stutt-leikaferðamannaskipi, ogso hevur hann eisini ver-ið í Grønlandi, har hannarbeiddi á sjúkrahúsinumí Godhavn í Diskovíkini.

Úr Afrika til GøtuGunnar hevur altíð havtáhuga fyri Føroyum, og táhann sá eina lýsing umvikarstarvið hjá Andreasi,tóku hann og konan av-gerð um, at hetta skuldiroynast. Teimum dámarsera væl í Føroyum, harGunnar heldur, at náttúr-an er "underbar", hóasthann enn bert hevur sæðhana á vetri.

Um heilsustøðuna íFøroyum heldur Gunnar,at sammett við onnursamanberilig støð, er honnakað tann sama og ágóðari leið. Í Føroyumverður, eins og nógvaaðrastaðni, klagað umheilsuverkið. Men Gunn-ar heldur, at enntá sam-mett við eitt so framkom-

ið land sum Svøríki, soeru vit heilt væl fyri.

Í Føroyum kunnu fólkaltíð koma í samband viðlækna. Sleppa tey ikkisama dag, so sleppa tey íhvussu er dagin eftir, umtað eru vanlig læknaør-indi. Er talan um serligørindi, sum t.d. barna-kanning, gongur ikkilongri enn vika at sleppaframat. Og er tørvur á tí,tekur tað ikki so langa tíðat fáa aðra viðgerð, sumt.d. við innlegging ásjúkrahús.

Hetta ger, at vit havaeina skipan, har tað erstutt millum borgaran ogheilsuverkið, og er hettasjálvsagt ein fyrimunur.

Mugu ikki gerasum í SvøríkiMen hetta er als ikki nøk-ur sjálvfylgja. Í Svøríkikann tað vera næstanógjørligt at koma í sam-band við kommunulæknayvirhøvur, tí telefonirnarnærum altíð eru upptikn-ar. Og eydnast so at komaígjøgnum, kann tað takamánaðir yvirhøvur at fáaeina tíð til eina viðtalu.

Eitt annað, sum er viðat gera heilsuverkið í Svø-ríki so dýrt, er, at tað er"demokratiserað" so nógv.Í Føroyum verður vanligaeingin innlagdur uttan so,at hetta er ávíst av kom-munulækna. Undantikiðer sjálvsagt vanlukkur o.l.Í Svøríki er tað valfrítt,um farið verður til kom-munulækna ella beinleið-is á sjúkrahús. Hetta ereisini við til at dýrkaheilsuverkið munandimeira enn neyðugt. Tísjúkrahúsini verða yvir-rend av fólki, sum einsvæl kundu farið til einkommunulækna, og við-gerðin á einum sjúkra-húsi er nú einaferð nógvdýrari enn hjá kommunu-læknanum. Hendan skip-an er eisini spill av orku.Ein kommunulækni hev-ur altíð førleika at metaum, hvør víðari viðgerð,

um hon er neyðug, ertann rætta. Men á einumsjúkrahúsi eru læknarnirserfrøðingar á hvør sín-um øki.Tí kunnu sjúkling-arnir koma at renna "fráPeri til Pól", inntil teirkoma til tann rætta.

Eiga at vera nøgdvið okkara skipanSo niðurstøðan er greitttann,at hóast tað altíð eruviðurskifti, sum tað kannbøtast um, so eiga vitgrundleggjandi at veranøgd við okkara skipan.Og vit hava so einki atlæra av t.d. Svøríki. Taðkann vera gott at havafólk, sum vita, hvussu vitskulu gera, men tað ereins umráðandi at havafólk, sum vita, hvussu vitikki skulu gera!

Royking er av tí illaGunnar leggur dent á, attað, sum hann metir atvera ein tann stórsta hótt-anin móti heilsuni hjáfólki – eisini fiskimonn-um – er royking.Tí hevurhann eisini ásett einroykipolitikk á hansaraarbeiðsplássi. Her ernevniliga bannað atroykja. Hann heldurnevniliga, at tey, sum ar-beiða í heilsuverkinum,eiga at vera góð fyridømifyri onnur. Og hetta er sosatt, sum tað er sagt!

Tað verður so nógv tos-að um trot á kommunu-læknum í Føroyum. Menso leingi vit hava fólksum Gunnar, man tað hó-ast alt fara at ganga.

Og so kunnu vit onnurfegnast um, at tað finnastútlendingar, sum eru so"merkiligir", at teir viljakoma aftur higar. Lukku-tíð!

Gunnar afturkomin til Gøtu sum lækni

Ditte og Gunnar inni á fiskimannafelagnum.

Í summar vóru Gunnar og Ditte á Sandoynni. Hersæst Ditte saman við "okkara manni" í Skúvoy,Tummas Frank Joensen.

Page 23: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 23Nr. 306 - 27. november 2003

Page 24: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 24 Nr. 306 - 27. november 2003

Týskvøldið 28. oktobervar fundur í Unga ReyðaKrossi í hølunum hjáReyða Krossi á Bryggju-bakka.Tann føroyski ReyðiKrossur hevði bjóða leið-aranum hjá Reyða Krossiá Filippinunum, EdgarMajia, til Føroya, og hanngreiddi frá arbeiðinum hjáReyða Krossi millum gøtu-børn á Filippinunum.

FilippinirnarFilippinirnar liggja í land-synningspartinum av Asiamillum Indonesia og Kina.Har búgva umleið 85milliónir fólk. Landið ligg-ur sera illa fyri, tá ið vithugsa um illveður, teirgrensa upp móti Stilla-havinum, og tað ger, atódnirnar, ið koma inn fráhavinum, raka teir fyrst,og tað eru umleið 25 stór-ar ódnir hvørt ár, ið gerastóran skaða.Aftrat tí, erueisini umleið 20 aktivarvulkanir í landinum, iðkunnu bresta út eftirstuttari tí, og gerða stóranskaða.

Landið hevur veriðmerkt av kríggi í langa tíð.Japanesarnir tóku oyggj-arnar undir 2. Heimsbar-daga, og amerikanararnirtóku tær aftur við stórummissi av mannalívið. EftirHeimsbardagan finguFilippinirnar sjálvstýri,men síðan tá hevur land-ið verið merkt av borgara-kríggi.

Børnini havatað sera ringtTað eru umleið 1,5 milli-ónir gøtubørn í Filippin-unum. Hetta eru børn íeingi foreldur eiga, ellabørn, ið eru rýmd heiman-ífrá, og eru farin út ágøturnar at búgva. Børn,ið ríma frá foreldrunum,eru ofta misnýtt heima,har tey bæði verða sliginog kynsliga misnýtt. Hesibørn hava tí ongan annanmøguleika, enn at rýma

út á gøturnar.Tað eru umleið helvt

um helvt av dreingjum oggentum. Genturnar havatað nógv verri, tí tær eruveikari, og vera millumannað útsettar fyri kyns-ligum álopum.

Børnini bæði búgva ogarbeiða á lossiplássum,har tey samla og skiljarusk, ið tey so selja fyrismápengar.

Hvat gerReyði KrossurReyði Krossur á Filippin-unum hevur arbeitt viðtiltakinum fyri gøtubørn-ini í umleið 10 ár. Teirgera hetta arbeiði í sam-starvi við millum annaðtann danska Reyða Kross,har Føroyar eisini eru við.Høvuðsendamálið hjáteimum er at koma út tilbørnini, tað vil siga, at teirgera ikki so nógv við her-

berg og annað tílíkt, tí teirmeta, at teir gera mestamunin úti á gøtunum.

Tiltakið, ið teir havahavt bestu eyðnu við, erat teir fáa børnini við inní tiltakið, har teir gerabørnini til Barna Reyða-krossarbeiðarar.Hesi børn-ini fara so út á gøturnar athjálpa øðrum børnum.Børnini eru sera góð tilhetta arbeiði, tí tey eruupplærd á gøtunum, ogtey kenna viðurskiftini ágøtunum, so tey vita hvattey tosa um, tá ið tey tosavið onnur børn.Hini gøtu-børnini reagera eisini posi-tivt upp á Reyðakrossar-beiðarnar, tí tey hava lættvið at tosa við tey. Hettaer eisini eitt tiltak, ið aðrardeildir hjá Reyða Krossihava tikið til sín.

Reyði Krossur hevureisini undirvísing fyri børn-unum, ið ofta eru givin í

skúlanum. Undirvísinginer eisini eitt sindur øðr-vísi frá aðrari undirvísing,tí tey nýta ikki bøkur,mentekniseriur. Tey royndufyrst at geva børnunumbøkur, men børnini dám-du tað ikki serliga væl, tífóru teir at royna viðtekniserium, og tað hevurvíst seg, at børnini erusera glað fyri tekniseriur-nar.

Tað er Reyði Krossursjálvur, ið ger tekniseriur-nar. Teir brúka persónar,ið teir koyra inn í søgur-nar, til dømis so er "Kap-tein Reyði Krossur" hetj-an í søgunum. Søgurnareru eisini tiknar úr veru-leikanum, so fleiri gøtu-børn kunnu kenna segaftur í frásøgnunum.

Undirernering er einstórur trupulleiki millumbørnini, so Reyði Krossurhevur gjørt eitt program,har hesi børnini sleppa áeitt 6 mánaðar langtskeið, har tey fyrst verðakanna fyri parasittar íkroppinum, tí hesir para-sittarnir kunnu gera, atbørnini ikki fáa hildi føð-ini í sær. Eftir hetta fáabørnini ordiligt at eta ogannað, ið skal hjálpa teim-um, at gerðast betri fyriaftur.

Reyði Krossur skipareisini fyri ítrótti, har teirhava lítlar olympiadir, harbørnini kappast. Hettaeru sera væl umtøkt tiltøk.

Reyði Krossur erhar, onnur ikki eruReyði Krossur fer eisinitil fleiri støð, ið onnur

ikki fara til, at hjálpabørnunum. Eitt av hesumstøðum eru fongslini, iðeru á tremur av børnum.Løgreglan hevur loyvi athandtaka børn, sum onkihava gjørt. Summi avbørnunum kunnu eisinisita inni í fongslunumupp í 5 ár, uttan at síggjaein dómara. Verða tey sofunnin ósek, tá ið teykoma fyri ein dómara, soer tað bara synd, at teyhava sitið í fongsul í 5 ár– ósek.

Eitt annað stað, harReyði Krossur ger eittstórt arbeiði, er millumbørn, ið búgva í kirkju-gørðum. Hesi børninibúgva í grøvum, ið eruopnaðar, so vit kunnunokk skjótt gerast samdum, at hetta er ikki eitt sostuttligt stað at búgva.

Gera arbeiðsplássReyði Krossur luttekureisini í nøkrum projekt-um, har teir hjálpa smá-um fyritøkum í gongd, ogso stuðla teimum í 3 ár.Fyrrverandi gøtubørn ar-beiða á hesum virkjum,og yvirskotið fer alt tilgøtubørnini, eisini eftir atReyði Krossur hevur tikiðseg út úr virkunum.

Sum dømi kunnu vitnevna, at Reyði Krossurrekur 2 vatnstøðir,har vatnverður reinsa og tappa áfløskur. Vatnið verður soselt, og yvirskotið fer tilarbeiði við gøtubørnum.

Hvat kunnu vit gera?Føroyingar hava møgu-leika at fara til Filippinir-

nar, at arbeiða í eitt styttritíðarskeið fyri ReyðaKross. Eitt nú kunnuskúlanæmingar fara ísummarfrítíðini, at ar-beiða millum børnini.Hetta er eitt tiltak, ið ser-liga svenskarar nýta nógv,har umleið 80 næmingareru hvørt ár.

Ein konkret avtala ergjørd millum deildirnarhjá Reyða Krossi í Føroy-um og Danmark, har før-oyingar sleppa til Filipp-inirnar næsta ár. Hettaskal vera ein túrur, iðReyði Krossur sjálvur skalrinda ein stóran part avútreiðslunum av.

Reyði Krossur Dan-mark stuðlar tiltakinum áFilippinunum við umleið600.000 kr um árið, avhesum stuðlar ReyðiKrossur Føroyar við 12%,tað vil siga umleið 75.000kr um árið. Tey, ið eruáhugaði at stuðla arbeið-inum í Filippinunum,kunnu gera tað, við atstuðla Reyða Krossi. Titkunnu finna fleiri upplýs-ingar inni á heimasíðuni:www.redcross.fo.

Um tit vilja hava fleiriupplýsingar um arbeiði áFilippinunum, so kunnutit finna meir um arbeiðiðá tí Internationalu síðunihjá Reyða Krossi:www.ifrc.org. Til dømiser ein tíðindagrein frá 24.oktober inni á tí síðuni.

Reyði Krossur vitjan úr Filippinunum

Myndatekstur!!!!!! Myndatekstur!!!!!!

Myndatekstur!!!

Page 25: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Viðvíkjandi sáttmálaviður-skiftunum á vaktarskip-unum í frálandavinnuni,bæði teimum, ið eru út-gjørd til at halda vakt yvireinumhvørjum, sum hev-ur við fólk at gera og ein-um hvørjum, sum ikkihevur við fólk at gera,varð trupult at fáa einsáttmála. Fyrsti sáttmálinvarð undirskrivaður íoktober 2001.Áðrenn taðvóru skipari og stýrimennstarvsettir upp á ymiskartreytir, sum oftast var, atein fekk eina ávísa krónu-upphædd fyri hvønn dag ívinnu og so einki meir útyvir tey rættindir, sumviðkomandi hevði eftirløgtingslógini um sjó-menn. Men sjómanslóginer bert galdandi fyri skip

undir føroyskum flaggi,og tað vóru tá fleiri skip,har reiðarin var føroy-ingur búsitandi í Føroy-um, sum ikki vóru undirføroyskum flaggi. Síðanitá eru fleiri skip afturatfarin undir fremmantflagg, hóast reiðarin erføroyingur búsitandi íFøroyum.

Føroya Skipara- ogNavigatørfelag hevur sam-an við hinum manningar-feløgunum eina samlags-trygging, ið er ein frítíðarvanlukkutrygging og einfelags lívstrygging. Har-afturat hava Føroya Skip-ara- og Navigatørfelag ogFøroya Fiskimannafelageina trygging móti hættis-ligum sjúkum. Ein treytfyri at vera fevndur av

teimum tryggingunum er,at ein er starvsettur eftirsáttmála, annaðhvørt mill-um eitt av feløgunum ogeitt av reiðarafeløgunum,ella eftir sáttmála millumreiðaríið og eitt av feløg-unum, ella eftir einumsáttmála, sum feløginihava góðkent.

Føroya Skipara- ogNavigatørfelag hevur mæltlimum sínum til, ikki atmynstra til ein verri sátt-mála enn tann, sum feløg-ini hava gjørt við Reiðara-felagið Fyri Farmaskip.

Aftan á at sáttmálinmillum FSN og RFF varðbroyttur við semju dag-fest 25. apríl 2003, er taðFSN kunnugt, eitt felagvið skipi undir fremm-andum flaggi, ið ikki vil

fylgja broytingunum, ogat skipari og stýrimennsíðan tá hava verið starv-settir upp á ávísa krónuupphædd og einki annað.Tað er eisini hent, at samareiðarí hevur sagt fólkiupp, og hevur sagt, támenn hava spurt umuppsagnarhýru, at við-komandi, sum uppsagdurer, ikki hevur nøkur rætt-indir út yvir ta avtalaðukrónu upphæddina.

Um skipari og stýri-menn ikki eru mynstraðireftir einum sáttmála, ellaat skipið er undir føroysk-um flaggi, so fær FSNonki gjørt við kravið umuppsagnarhýru ella onn-ur viðurskiftir. Tí hevurnevndin í FSN avgjørt atlýsa lýsingina høgrumegin:

Síða 25Nr. 306 - 27. november 2003

Stutt lýsing av støðuniviðvíkjandi vaktarskipunumí frálandavinnuni

Frá Føroya Skipara-og NavigatørfelagAv tí at felagið er vitandi um, at reiðarí, á vaktar-skipum í frálandavinnuni, bæði á skipum undirføroyskum flaggi, og skipum undir fremmandumflaggi, har reiðarin er føroyingur og búsitandi íFøroyum, ikki fylgja sáttmálanum millum FøroyaSkipara- og Navigatørfelag og ReiðarafelagiðFyri Farmaskip, fyri vaktarskip í frálandavinnuni,bæði á skipum, sum eru útgjørd og góðkend til athalda vakt yvir einumhvørjum, sum ikki hevurvið fólk at gera, og skipum, sum eru útgjørd oggóðkend til at halda vakt yvir einum hvørjum,sum hevur við fólk at gera, noktar Føroya Skip-ara- og Navigatørfelag limum sínum, bæði á skip-um undir føroyskum flaggi, og á skipum undirfremmandum flaggi, at mynstra upp á verri sátt-mála, enn tann sum er millum Føroya Skipara- ogNavigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Farmaskip,síðst broyttur við semju dagfest 25. apríl 2003.

Føroya Skipara-og Navigatørfelag

Jólaboð:

Eitt áhugavertjólablaðVit fáa um hesa tíðina einhóp av bókum og útgáv-um til ummælis. Vit havaikki pláss fyri at ummælaalt sum kemur.

Vit fara tó at taka Jóla-boð fram. Hetta er jóla-bókin, sum verður givinút av KFUM, og er Jóla-boð komið út í 63 ár.Seinastu 23 árini er taðGuttorm Zachariassen,sum hevur verið ritstjóri.

Tað er eingin ivi um, attað er nógv siðsøgulgittilfar, sum hevur staðið íteimum ymisku jólabók-unum gjøgnum tíðirnar.Hetta er eisini galdandifyri Jólaboð og ikki minstfyri útgávuna í ár.

Her er umframtvanligan jólalesturein hópur av slíkumtilfari, og her eru eisinifrásagnir frá sjólívi. Avsiðsøguligum greinumeru "Minni frá gomlumdøgum" við Gjógv, "Jól áDronning AlexandrinesHospitali", "Stórt bragdog ein faðir", "Fyrsti túrurtil skips", og "Skallagrímur– skálabáturin, ið hvarv".

Her kann verða nevnt,at Guttorm hevur eitt ser-ligt samband við lagnu-

hendingar á sjónum.Hannmisti nevniliga pápa sínvið Stellu Argus, sumhvarv við meira enn 20monnum á sildaveiðu í1957.

Vit hava fingið loyvi tilat endurprenta eina avfrásagnunum, nevniligaum "Stórt bragd og einfaðir", sum er um eittótrúligt bjargingar-bragd á sildaveiðu viðAlbert Victor í 1954.Hetta er eitt gottdømi ummenn avstáli.

Jólaboð er eitt stak nos-ligt hefti.Tað er umbrotiðav Ívar Guttesen og prent-að av Einars Prent. Janus,beiggi Ívar hevur teknað.Kápumyndin er havna-mynd teknað av HøgaWurdig Larsen.

Page 26: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 26 Nr. 306 - 27. november 2003

Sá, tá ið hanngjørdist blindur

TToorrlleeiiff JJoohhaannnneesseenn

GGUUÐÐSSOORRÐÐ

Samson visti ikki, at Harrin varvikin frá honum. Dóm. 16,20

Yvirskriftin er ein setningur frá einum bíbliuskúla-næmingi, eftir at tey í tímanum høvdu lisið og tos-að saman um Samson, dómaran í gamla Testa-menti: Dóm.13,16.

Mamma Samson fekk eingi børn. So gjørdi Guðeitt undur. Hon fekk ein son, og kallaði hann Sam-son. Guð hevði eina heilaga ætlan við honum.

Hann var "Nasareari" og skuldi millum annaðikki klippa hárið, og var halgaður Harranum. Lívhansara byrjaði so væl.Andi Harrans var yvir hon-um frá føðingini av. Hann gekk Harrans vegir.

Við tíðini byrjaði hann tó at ganga egnar vegir,og endaði við at búgva saman við Dalilu, einiskøkju. Hann lítisvirdi Harrans kall og uppgávu, ogvaldi kvinnuna og girndina fram um lívið samanvið Harranum.

Hann opnaði hjarta fyri henni, og segði loyndar-dómar sínar. Stóra hárið varð rakað av honum, oghann misti ovurhonds stóru megi sína.

Úrslitið av hesum sorgarleiki varð, at andi Harr-ans veik frá honum, uttan at hann visti av tí. Hannfall frá Guði – misti sambandið við Harran.

Skelkandi sigur Skriftin:"Men hann visti ikki, at andi Harrans var vikin frá

honum". Dóm.16,20Omaná tað, so fangaðu Filistarnir hann, stungu

eyguni út á honum og settu hann at mala kvørn ímyrkustovu.

Søgan endar tíbetur ikki her. Bíblian sigur, at viðkvørnina í myrkustovu hendir hetta:

"Men hárið á høvdi hansara tók aftur at vaksa,eftir at tað varð avrakað"

Í myrkustovu kom Samson av nýggjum at hugsaum lívið og um Harran.

Lívið kundi ikki livast umaftur, men syndin varðfyrigivin, og sambandið við Harran var knýtt avnýggjum.

Hvat mundi hann hugsað, tá hann hugdi aftur álívið?

Søgan um Samson lýsir ein mann, sum gekkvandaleið.

Lívsins sanna stórleika og álvarsemi sá hann ikki"mitt í lívinum."

Tá lívið var um at vera liðugt, og eyguni vórustungin út, sá hann tað.

Tá rópti Samson aftur á Guð:"Harrin, drottin, minst til mín...!" Harrin hoyrdi

bøn hansara.Ikki øll fáa henda møguleika, tí deyðin fær klørn-

ar í tey í syndalívinum.

Guð gevið tær og mær náði og vísdóm til at síggjalívsins stórleika og álvarsemi og liva rætt, meðanvit hava lívið.

Vandi á vegnum,varlig má vera mín ferð,til hon í himli endað í sæluni er

Ms.509

Orð & myndir:Torleif Johannesen

Her kemur Bakkafossurhjá Rólant Jacobsen áGlyvrum fullfermdur inná Bakka at avreiða.

Hetta var leygardagin22. november, sum varein góður dagur bæði tilveður og til fiskiskap.Teirkastaðu tvær ferðir.

Fyrra kastið gav umleið10 tons, og úr tí seinnatóku teir 7 tons, tá varbáturin fullfermdur. Teirkastaðu út fyri sunnastuhúsunum á Nesi.

Rólant sigur, at sildin eróvanliga stór og feit, táhugsað verður um árstíð-ina. Tað fóru bara 4-5 tilkilo.

Hann sigur eisini, atsildin er fyrr á veg í ár ímun til síðsta ár.

Rólant hevur fryst nøk-ur tons til agn, meðanmeginparturin fer tilídna.

Sildin, sum teir frysta,verður brúkt bæði sumgogguagn og sum vanligtagn.

Síðstu vikurnar hevurnógv verið at hoyrt umrokfiskiskapin av toski áFøroya Banka. Skipini,sum hava egnt við sild,hava fingið væl meiri ennhini.

Sum eitt dømi, nevndiRólant, at í august mán-aða keypti ein bátur sildtil agn, tí teir ætlaðu særút á bankan.Teir settu 70stampar, har meginpart-urin av agninum var sild,restin var høggislokkur.Teir fingu 25.000 pund,og størsti parturin varstórur toskur.

Fiskifrøðinganir hjá ICESbrúka skeiva útgerð til atkanna fiskastovnarnar við,sigur íslendski fiskifrøð-ingurin Jón Kristiansson.

Hetta grundar hann á,at hann hevur verið einfýra daga langan túr viðeinum norðurírskum trol-ara, sum roynir við flóti-troli í Írskahavinum.

Hesin trolarin fekk vælav stórum toski, sum fiski-frøðingarnir annars sigaikki at vera til.

Men tað er tí, sigur JónKristiansson, at teir, sumgera kanningar av fiska-stovninum, brúka botn-trol, har teir bara fáa ung-fisk í.

Tað sigur seg sjálvt, sig-ur hann, tí tann eldri fisk-urin er uppi í sjónum ogetur sild. Tí fáa teir hannikki og koma so til taniðurstøðu, at hann erikki til.

Hetta førdi hann fram ífyrilestri, hann helt á

landsfundi Fólkafloksins íSandavági leygardagin.Síðan førdi hann framkendu niðurstøðu sínaum, at verri standi fiskur-in er í, meira eigur atverða fiskað, soleiðis attað, sum eftir verður,kann fáa betri vakstrarlík-

indi, tí partur hansara avætinum verður størri.

Hyggjuráðini eru attaka tann stóra fiskin, sotann lítli kann vaksa.

– Tað er kent frá bú-skapinum, segði hann.Tekur tú teir stóru, blómateir smáu.

Jørgen Niclasen, løg-tingsmaður, viðmerkti, atføroyska fiskidagaskipan-in byggir á teoriirnar hjáJóni Kristianssyni.

Fiskifrøðingar gloyma sildafiskinJón Kristiansson, íslendskur fiskifrøð-ingur, sigur, at grundin til, at vísindaligakanningar vísa, at bara ungfiskur er, ertann, at eldri fiskurin er uppi í sjónum ogetur sild

Sildarok á Skálafjørðinum

Her kemur Bakkafossur fullfermdur inn á Bakka at avreiða.

Teir settu 70 stampar, har meginparturin av agninum var sild, restin var høggi-slokkur.Veiðan var ikki minni enn 25.000 pund,

Page 27: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 27Nr. 306 - 27. november 2003

MASKINMEISTARASKÚLINtín møguleiki – títt val

Maskinmeistaraútbúgvinginbyrjar 5. januar 2004

Maskinmeistaraútbúgvingin er mest fjølbroytta, hægri yrkisútbúgving, sumkann fáast í Føroyum, og gevur sera stórar møguleikar bæði á sjógvi og landi,umframt innan oljuvinnuna, har maskinmeistarar t.d. er størsti yrkisbólkur.

Útbúgvingin verður nakað broytt frá 2004, soleiðis at tað nú verður neyðugtframmanundan at velja, um ein ynskir at verða maskinistur ella maskinmeistari.

Upptøkan til maskinmeistara verður í januar og til maskinist í august 2004.

Báðar útbúgvingarnar verða moduluppbygdar.Tað tekur framvegis 1 ár at lesa til maskinist og 3 ár til maskinmeistara. Upp-

tøkutreytirnar eru framhaldandi tær somu.

Hevur tú hug at gerast maskinistur ella maskinmeistari, so kanst tú seta teg ísamband við skúlan, so senda vit tær upplýsingar um upptøkutreytir og lesturinsaman við umsóknarblaðnum.

MASKINMEISTARASKÚLINUndir krákugjógv 5 · FO-100 Tórshavntlf. 350250 · fax 350251e-mail: [email protected]íða: www.mec.fo

Hesa myndina hava vit lánt frá Ólafi Guðmundssyni, føroyskum íslendingi ellaøvugt. Hetta er eitt fult trolaradekk, soleiðis sum nógvir føroyingar kenna tað.Trol-arin kundi eins væl verið føroyskur, men hann er íslendskur. Hetta er JúpiterGK161 í 1930.

Júpiter í 1930

Page 28: Síða 2 Skelja- ráðstevnan · Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,-Avtøkan av rættarsamfelagnum gongur sum smurt Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Síða 28 Nr. 306 - 27. november 2003

Á veg heimtil Føroyar:Eg hevði illa nok settmeg niður á wc-kumm-una á flogvøllinum, táið ein rødd ljóðar úrnæsta wc-básinum:– "Hej, hvussu hevur tútað?"Nú eri eg ikki akkuráttann, ið byrji eina sam-talu við ókent fólk áeinum almennum toil-etti, men fyri ikki atvera ófólkaligur, sosvaraði eg:– "Jú takk, eg havi taðgott".Hin harrin sigur síðani:– "Hvat gert tú?""Hvat hundans spurn-ingur er hetta, hugsaðieg, og helt at nú byrj-aði tað at vera heldurnærgangandi", mensvari tó kortini:– "Jú tað sama sum tú –úti og ferðist".Samtíðis sum eg royniat skunda mær, at geraørindini á wc-inumliðug, kemur ein nýggj-ur spurningur:– "Kann eg koma yvirtil tín?"Nú byrjaði tað at veraheldur ræðandi, menfyri framvegis at verafólkaligur, svaraði eg:– "NEI... Eg eri upp-tikin beint nú".Tá hoyrdi eg hannhinumegin siga eittsindur ótryggur:– "Tú, eg ringi aftur tiltín seinni. Her situr einí básinum við síðunaav og svarar øllum mín-um spurningum".

*****

Pápi mín visti akkurátnær, hann skuldidoyggja. Hann kundisiga í hvørjum mánaða,ja hvønn dag ogklokkutíma.– Tað var løgi. Hvussukundi hann vita tað?– Dómarin segði hon-um tað.

Hendan plakatinvarð gjørd fyrinøkrum árum

síðan. Men honer framvegis

aktuel. Hangiðhana uppumborð!

Hetta tykist at vera eittparadoks.Í FFrriiððaarrtún verð-ur ávarað um spreinging!

Nú er so byrjað atspreingja fyri útbygging-ini av ellisheiminum íRunavík.

Mót-søgn