48
Búi Tyril T Á talan er um fiski- og ali- vinnuna hava Føroyar tey seinastu fáu árini gjørt fram- stig á fleiri marknaðum. Føroyingar hava í langa tíð annars hildið seg aftur frá at førka seg fram móti brúk- aramarknaðinum, uttan iva fyri ein part orsakað av toll- múrum og øðrum forðingum. Men hetta er ikki øll søgan. Serliga Bakkafrost hava víst í verki at tað ber til at finna nisjumarknaðir — eisini har sum dyrnar tykjast stongdar. Og við sínari hálvaaðru mill- iarda verkætlan vísir felagið nú týðiliga at tey síggja stórar møguleikar í at framleiða lidnar laksavørur í Føroyum. Samstundis er uppisjóvar- vinnan væl í gongd við at flyta seg longur fram á marknaðin. Her er íløgan hjá klaks- víkingum í Larsen Seafood sera áhugaverd, hóast enn má sigast at ov stutt er fráliðið til at vita hvussu hendan verkætl- anin hjá Christian í Grótinum fer at eydnast. Tann stóra av- bjóðingin er kanska heldur søla enn framleiðsla. Á Tvøroyri verður vænt- andi eitt gott avlop aftur í ár, sjálvt um krympandi kvotur nú eru við at gera tað torfør- ari — og skjótt kanska dýrari eisini — at fáa fatur á makreli, sild og øðrum uppisjóvarfiski. Men Varðin Pelagic er so í ferð við at gera íløgu í útgerð til virðisøkta framleiðslu av svartkjafti. Hendan spenn- andi ætlan kann gera virkið ført fyri at búskaparliga upp- viga minkandi rávøru tilgongd. EISINI ANNAÐ ÚR SJÓNUM Í Fuglafirði hevur tað nýggja uppisjóvarvirkið eisini fingið eina góða byrjan, somuleið- is við tøkniliga framkomnari framleiðsluskipan sum skjótt fekst at virka. Nú verður so umhugsað hvat ið møguliga kann gerast fyri at virðisøkja eitt nú sild, men enn fyri- liggur einki ítøkiligt. Eitt tað elsta virkið in- nan fiskivinnuna á sjógvi og landi, JFK, hevur eisini sett merkissteyrar í seinastuni, við Marine Stewartship Council góðkenningum fyri toska- fiskiskapin í Barentshavi, har Enniberg og Framherj eisini eru við, og fyri upsaveiði und- ir Føroyum saman við Faroe Origin; harafturat hevur flakavirkið Kósin fingið MSC góðkenning fyri hagreiðing, virking og flutning av fiska- vørum. Alt hetta er við til at tryggja eina sterka støðu úti á marknaðinum, ikki minst í norðari parti av Europa. Sum skilst er ein tøknilig uppstig- ing eisini ávegis á Kósini, sum harvið fær eina smidligari framleiðslu. Í Eysturoy hevur Faroe Origin upplivað hækkandi søluprísir á tí týska markn- aðinum fyri feskar og fryst- ar upsavørur, sum er við til at tryggja felagnum lønsemi. Harafturat er virkið farið undir framleiðslu av saltfiski til marknaðir við Miðjarð- arhavið. Júst innan saltfiskin hevur Vaðhorn síðani 2008 fleirfaldað framleiðslu og sølu. Og hvør sigur at havið ikki hevur annað enn fisk at bjóða? Ocean Rainforest er nevniliga við at fáa ferð á al- ing, virking og útflutning av slíkum taraúrdráttum. Ein 25 tons verða væntandi heystað og útflutt í ár; men málið er at ala fleiri túsund tons ár- liga, sigur leiðslan á virkinum, sum alir á Funningsfirði og framleiðir í Kaldbak. [] Les inni í blaðnum. Kunningar- og kjakblað um fisk og sjóvinnu. Til øll húski og allar postsmogur hjá virkjum og stovnum. #2 • NOVEMBER 2015 Føroyingar eru í ferð við at taka seg fram munandi innan útflutning av sjógæti — meðan ein metstór íløga skal gera Bakkafrost enn betri til at virðisøkja, arbeiða bæði uppisjóvarvinnan og botnfiskavinnan við at menna framleiðsluna og styrkja søluna. Fleiri vilja virðisøkja Avskiping á Tvøroyri. Makrelarbeiði í Fuglafirði. Jan Højgaard ávarar ímóti gjøldum á vinnuna 2 So stóran samfelags- týdning hevur fiskivinnan 3 Tórheðin Jensen um ognarrætt, uppboð og planbúskap 4-5 Frá virking til virðisøking 7-26 Rokna við fleiri kapteynum 31 FAS og tann spírandi handilsskipa- vinnan 32-40 Formaðurin vil avtaka Fiski- daganevnd 48 SJOGVUROGFOLK.COM

Sjógvur & Fólk — #2

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Kunningar- og kjakblað um fisk og sjóvinnu. www.SJOGVURogFOLK.com sjogvur og folk

Citation preview

Page 1: Sjógvur & Fólk — #2

Búi Tyril

TÁ talan er um fiski- og ali-vinn una hava Føroyar tey

sein astu fáu árini gjørt fram-stig á fleiri marknaðum.

Føroyingar hava í langa tíð annars hildið seg aftur frá at førka seg fram móti brúk-ara markn aðin um, utt an iva fyri ein part ors akað av toll-múr um og øðrum forðingum.Men hetta er ikki øll søg an. Serliga Bakkafrost hava víst í verki at tað ber til at finna nisju marknaðir — eisini har sum dyrnar tykjast stongdar. Og við sínari hálva aðru mill-iarda verkætlan vísir fel agið nú týðiliga at tey síggja stórar møguleikar í at framleiða lidn ar laksavørur í Føroyum.

Samstundis er uppi sjóvar-vinnan væl í gongd við at flyta seg longur fram á marknaðin. Her er íløgan hjá klaks-víkingum í Larsen Seafood

sera áhugaverd, hóast enn má sigast at ov stutt er fráliðið til at vita hvussu hend an verkætl-anin hjá Christian í Grótinum fer at eydn ast. Tann stóra av-bjóð ing in er kanska heldur søla enn fram leiðsla.

Á Tvøroyri verður vænt-andi eitt gott avlop aftur í ár, sjálvt um krympandi kvotur nú eru við at gera tað torfør-ari — og skjótt kanska dýrari eisini — at fáa fatur á makreli, sild og øðrum uppi sjóvar fiski. Men Varðin Pel ag ic er so í ferð við at gera íløgu í útgerð til virðis økta fram leiðslu av svart kjafti. Hend an spenn-andi ætl an kann gera virkið ført fyri at búskaparliga upp-viga mink andi rávøru til gongd.

EISINI ANNAÐ ÚR SJÓNUMÍ Fuglafirði hevur tað nýggja uppisjóvarvirkið eis ini fing ið eina góða byrjan, somu leið-is við tøkni liga fram komnari

framleiðslu skip an sum skjótt fekst at virka. Nú verður so um hugs að hvat ið møguliga kann ger ast fyri at virðis økja eitt nú sild, men enn fyri-liggur einki ítøkiligt.

Eitt tað elsta virkið in-nan fiski vinnuna á sjógvi og landi, JFK, hevur eisini sett merkis steyr ar í seinastuni, við Marine Stewartship Council góð kenningum fyri toska-fiski skapin í Barentshavi, har

Enni berg og Framherj eisini eru við, og fyri upsaveiði und-ir Føroyum saman við Faroe Origin; har aftur at hev ur flaka virkið Kósin fing ið MSC góð kenning fyri hag reið ing, virk ing og flutning av fiska-vør um. Alt hetta er við til at tryggja eina sterka støðu úti á marknaðinum, ikki minst í norð ari parti av Europa. Sum skilst er ein tøknilig uppstig-ing eisini ávegis á Kósini, sum

har við fær eina smidligari fram leiðslu.

Í Eysturoy hevur Faroe Origin upp livað hækk andi sølu prís ir á tí týska markn-að in um fyri fesk ar og fryst-ar upsa vørur, sum er við til at tryggj a felagnum løn semi. Har afturat er virkið far ið und ir fram leiðslu av saltfiski til markn að ir við Mið jarð-ar havið. Júst innan saltfiskin hevur Vaðhorn síðani 2008 fleir faldað framleiðslu og søl u.

Og hvør sigur at havið ikki hevur annað enn fisk at bjóða? Ocean Rain forest er nevniliga við at fáa ferð á al-ing, virking og útflutning av slíkum taraúrdráttum. Ein 25 tons verða væntandi heystað og útflutt í ár; men málið er at ala fleiri túsund tons ár-liga, sig ur leiðslan á virkin um, sum alir á Funningsfirði og framleiðir í Kaldbak. []

Les inni í blaðnum.

Kunningar- og kjakblað um fisk og sjóvinnu. Til øll húski og allar postsmogur hjá virkjum og stovnum.

#2 • NOVEMBER 2015

Føroyingar eru í ferð við at taka seg fram munandi innan útflutning av sjógæti — meðan ein metstór íløga skal gera Bakkafrost enn betri til at virðisøkja, arbeiða bæði uppisjóvarvinnan og botnfiskavinnan við at menna framleiðsluna og styrkja søluna.

Fleiri viljavirðisøkja

Avskiping á Tvøroyri.

Makrelarbeiði í Fuglafirði.

Jan Højgaard ávarar ímóti gjøldum á vinnuna 2So stóran samfelags­týdning hevur fiski vinnan 3Tórheðin Jensen um ognarrætt, uppboð og planbúskap 4-5Frá virking til virðisøking 7-26Rokna við fleiri kapteynum 31FAS og tann spírandi handils skipa­vinnan 32-40Formaðurin vil avtaka Fiski­daga nevnd 48

SJOGVURogFOLK.com

Page 2: Sjógvur & Fólk — #2

2 3SJÓGVUR & FÓLK — #2

EITT ER at skilmarka fiskivinnu, eitt annað at skilja hana. Hetta kom okkum til hugs nakað herfyri tá vit royndu at leggj a ætlanir fyri hetta blaðið aftan á fyrstu útgávu. Tað vísti seg nevni liga at móttøkan var óvæntað góð frá at kalla øllum síð um, og tað gekk ikki leingi fyrr enn fólk sum arbeiða í vinnum ið ikki altíð verða beinleiðis roknaður sum partur av fiski vinnuni heittu á okkum um at víðka dekningin í blaðnum.

Eitt er fiskiflotin, ella rættari: fleiri eru fiskiflotarnir — og mun urin millum hesar er ofta sera stórur. Í roynd og veru arbeiða og liva fólk sum sigla við uppisjóvarskipum í einari heilt aðrari verð enn tey sum sigla við eitt nú línuskipum. Tað sama kann sigast um til dømis trolbátar í mun til rækjutrolarar, ella garnaskip í mun til frystitrolarar, ella útróðrarbátar í mun til stórar trolarar. Men sjálvt um tað ofta er fullkomiliga hvør sítt bæði so og so at arbeiða í teimum ymisku fiskiflotunum, so eru sjálvandi sjólívið og fiskurin ein sterkur felagsnevnari.

Og fiskivinnan á landi hevur í Føroyum altíð verið roknað sum partur av júst fiskivinnuni. Men tað ber sjálvandi til at siga at tann vinnan átti av røttum at verðið kallað matvøruídnaður, og tað verður hon jú eisini í størri og minni mun. Hetta er kanska ofta tengt at í hvønn mun talan er um framleiðslu av lidnum vørum ella talan heldur er um hálvfabrikat, sum framvegis er tað vit framleiða mest av í Føroyum. Virðisøktar vørur eru ofta torførari at flyta fram til marknað — tær hava longri veg, og jú nærri vøran kemur til tann endaliga brúkaran, jú hægri eru krøvini á mestsum øllum økjum.

Vit mugu ásanna at fiskur er annað og meir enn fiskivinna. Alifiskurin hevur fingið størri og størri part av heimsins samlaða marknað fyri fisk, og Føroyar er í so máta einki undantak. Hjá okkum umboðar aldur laksur ídag uttan samanbering hægri útflutningsvirði enn nakar annað fiskaslag. Alivinnan gongur eisini á odda hvat viðvíkur matvøruframleiðslu í Føroyum og hevur eydnast at arbeiða seg inn á útlendskar marknaðir fyri lidnar vørur. Okkurt bendir tó at fiskivinnan ætlar ikki at vera eftirbátur á hesum øki.

Hinvegin skal týdningurin av ídnaðarmarknaðum ikki undirmetast, og eingin ivi er um at bæði fiskivinnan og alivinnan fara leingi at hava ein munandi part av sínum inntøkum frá útflutningi til víðari framleiðslu aðrastaðni, og sum so er einki forgjørt í tí. Tvørturímóti, slík handilssambond vísa seg ofta at hava grundleggjandi týdning fyri vinnuna og hennara langtíðar menning. Brúkaramarknaðurin er ikki altíð vegurin fram.

Men aftur til sjógvin. Her mugu vit eisini viðurkenna at sjómanskapur er annað og meira enn fiskarí. At sigla úti við handilsskipum er nakað sum føroyingar leingi hava verið kendir fyri, ofta sum yvirmenn við stórum farmaskipum og tangaskipum, men eisini við ferjum og øðrum handilsskipum, serliga tænastuskipum innan frálands olju- og gassídnaðin. Síðstnevndi bólkur er helst tann har eina mest av okkara útisiglandi sjófólki arbeiðir ídag.

Sum vit umhugsaðu alt hetta komu vit til ta niðurstøðu at Sjógvur & Fólk eigur at umfata fiski- og alivinnu og eisini sjóvinnu í breiðari merking, íroknað atknýttar tænastuvinnur. Hetta gevur ikki minst meining við atliti til ta handilsskipavinnu sum spakuliga men stútt er við at taka seg upp við støði í Føroysku Altjóða Skipaskránni. Tilsamans fylla hesar vinnur meir enn nógv í tí føroyska samfelagnum. Vit vóna so at hetta blaðið verður bæði til íblástur og nyttu. Góðan lesihug!

Búi Tyril

JAN HØJGAARD, formað-ur í Føroya Fiski manna felag,

sigur seg vóna at tann nýggja lands stýrissamgongan fer at eydn ast væl í reka tað hann kall ar ein “skynsaman fiski-vinnu politikk”. Fakfel ags for-mað urin sigur seg samstund is ivast í um fleiri av gjøld á fiski-vinn una er ein skila góð leið at ganga. Hin veg in heldur hann at myndug leik arn ir eiga at um hugsa at styrkja eftirlitið við at arbeiðs um støður um-borð á føroysk um fiskiskipum eru fult lóglig ar og at eigara-við ur skift ini eisini fylgja gald-andi lóg.

“Nú er so stutt fráliðið síð-ani samgongan varð skipað,” stað festi Jan Højgaard. “Tí er tað enn ov týðliga at gera nakr ar veruligar metingar av hvat vit kunnu vænta av okk-ara nýggja fiski mála ráð harra. Men vit vóna tað besta og ynskja honum, løgmanni og øll um landsstýrinum góð an byrð og hepna hond í at reka ein skynsaman fiskivinnu pol-it ikk. ”

Sum viðmerking til tað nógva tosið sum hevur verið í tí almenna rúminum um at leggja meiri avgjøld á fiski-vinn una vil Jan Højgaard á vara ímóti vandanum fyri at tí lík tiltøk kunnu gera meira skaða enn gagn.

“Alt við máta — tað er ein góð leið regla,” segði hann við Sjógv & Fólk. “Men eg skal við ganga at í princippinum dám ar mær ikki gjøld á vinn-una. Tílíkt veldst sjálvandi al-tíð um hvussu tað verður lagt til rættis og hvat tað er fyri virk semi sum tað ávirkar og í hvønn mun; men har er ofta ein vandi fyri at arbeiðs pláss verða hótt, og tá er lítið vunn-ið.”

‘ANITA’ SUM RÆÐUDØMIMen tílíkum ið hann kall-ar “ólóglig arbeiðskraft” og

“træla handil” vil Jan Højgaard mæla landsins myndugleikum til at vera á sterkum varðhaldi ímóti.

“Garnaskipið ‘Anita’ var eitt tað ringasta dømi, har óreglu-semi og ólógligt arbeiði var regl an heldur enn undantakið.

Tal an var um einki minni enn eina vanlukku í orðsins rætta týdn ingi, og tað var harmiligt at síggja at tað ikki eydnaðist at steðga tí áðrenn eitt syrgil-igt óhapp hevði við sær at ein av manningini sló út fyri ongan tíð at koma afturíaftur. Vit royndu í tvey ár framman-undan at gera við óskilið sum fór fram — har var eftir mín-um tykki mestsum talan um træla handil og samstundis var greitt at tann føroyski sokall-aði skiparin hevði onga veru-liga makt umborð. Og hvussu nógv hundrað harraleys gørn frá bátinum liggja nú og fisk a til onga nyttu og gera skaða tey næstu nógvu árini? At eitt so vorð ið skip skal fáa loyvi at byrja av nýggj um longu í 2016 lík ist ongum. Tað má vera møgu ligt at bera so í bandi at tá talan er um so umfatandi óreglu semi at tá eigur skipið ikki uttan víðari at sleppa til fisk arí aftur yvirhøvur.” []

w w w . S J O G V U R o g F O L K . c o m

Útgáva: GlobalOne Press Ltd, Enterprise Busieness Centre, Admiral Court, Aberdeen AB11 5QX, United Kingdom+44 (0)845 053 1842 | www.nordixis.com Ritstjórn: Búi Tyril (ábyrgd) | [email protected]ørur: Maria Olsen | [email protected]: Jógvan Hugo Gardar, Kaj Joensen Gestahøvundur: Tórheðin Jónsveinsson JensenDesign & framleiðsla: Nordixis Media AB Lýsingar: Jákup Johansen á Lag | [email protected]

Takk til lýsarar og stuðlar: Bakkafrost, BankNordik, Chr. í Grótinum, Effo, Eik, Elding, Enniberg, Faroe Atlantic Service, Faroe Ship, Framherji, Føroya Reiðarafelag, Gummibátatænastan, IRF, JFK, JT Electric, Klaksvíkar Kommuna, Klaksvíkar Sleipistøð, Leif Mohr, LÍV, MBM, MEST, Nema, Norðoya Sparikassi, North Pelagic, Petur Larsen, Runavíkar Havn, Sjónám, Sjóvinnustýrið, TAKS, Varðin, Varðin Pelagic, Vinnuháskúlin, Vónin.

“Í princippinum dámar mær ikki gjøld á vinnuna” Formaðurin í Fiskimannafelagnum ynskir tí nýggja landsstýrinum góða eydnu, og ávarar sum heild ímóti at leggja avgjøld á fiskivinnuna, samstundis sum hann mælir til at sláa hart niður á

“ólógliga arbeiðskraft” og “trælahandil”.

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.

Nú bæði við og uttan stert

Vit gera sum yrkisfólk okkara besta fyri at lýsa mál og faktuell viðurskifti rætt og endur­geva keldur neyvt. Tó taka vit fyrivarni móti møguligum prent villum og øðrum feil um ið kunnu koma fyri av misgáum, mis skiljingum ella øðrum orsøkum. Hendan útgávan er ikki ætlað sum íløguráðgeving; hvørki blaðstjóri, medarbeiðarar ella aðrir persónar viðvirkandi ella nevndir í hesari útgávu, ei heldur lýsarar ella stuðlar, kunnu ábyrgdast vegna møguligan búskapar ligan ella annan skaða sum so ella so hevði kunnað, bein­leið is ella óbeinleiðis, verðið knýttur at avgerðum grundaðar á innihald í hesari útgávu.

Page 3: Sjógvur & Fólk — #2

3SJÓGVUR & FÓLK — #2

Kaj Joensen

EITT av teimum evn um sum fylti nógv í tí al-

menn a rúminum vikurnar undan løgtingsvalinum tann 1. september í ár var lógin um vinnu ligan fiskiskap, ið ætl-andi skal skipast av nýggjum. Út frá verandi støðu má nýggj lóg setast í gildi í góðari tíð áðr enn lagi 1. januar 2018, sum longu er blivið rættiliga seint við tað at øll veiði loyvi eft ir galdandi lóg verða drig-in inn tá.

Teir politisku flokkarnir hava kjakast nógv og leingi um hvussu skipanin skal vera

fram yvir. Nakrir vilja broyta minst møguligt, meðan aðrir hava ætlanir um stórar broyt-ing ar.

Enn er semja ikki funn in millum flokkarnar, og fiski-vinnan er komin í eina óhepna bíði støðu.

Mong meta at tey sum varða av fiskivinnuni eru ikki nóg væl hoyrd í sambandi við tær ætlaðu nýskipanirnar, og í sínum íkasti til kjakið um f iski vinnupolitikkin heitti Føroya Reiðarafelag fyri góð-um ári síðani á Magna Laksá-foss um at gera eina lýsing av hvønn samfelagstýdning fiski-vinnan hevur fyri Føroyar.

“Vit hava áhuga í at vita hvussu nógv fiskivinnan fyllir í tí føroyska samfelagsbú skap-in um,” segði Herálvur Joensen, stjóri í Føroya Reiðarafelag.

“Vit vistu at tá valið fór at nærk ast, so fór málið um fiski vinnu nýskipan at koma á breddan. Tann lýsing sum frá greið ingin frá Magni Laksáfoss gevur av vinnuni og hennara týdningi, styrkti grund ar lagið fyri teimum sam røðum vit høvdu við allar pol itiskar flokkar í fjør vetur.”

PEIKAR IKKI Á LOYSNIRTølini sum Magni Laksáfoss brúk ar í frágreiðingini eru frá

2012. Búskaparfrøðingur in hev ur mett um týdningin av fiski vinnuni fyri tann saml aða før oyska búskapin út frá hes-um viðurskiftum:

•Beinleiðis virksemi í fiski­vinn uni;

•Støddini á avleidd um vinn um ið stava frá eftir-spurn ing in um av fiskivinnuni;

•Alment virksemi fíggjað av peningi úr fiskivinnuni;

•Støddin á avleiddum virk-semi fíggjað av fiski vinn uni.

Fyri hesar fýra bólkarnar var tann samlaða støddin av virk seminum 5,1 milliardir krónur. Tann føroyski búskap-urin umfatar góðar 12 mia. kr.

“Eg kenni tølini frá beinleið is virk seminum í fiski-vinn uni, og visti at talan var um um leið tvær mia.,” segði Her álvur Joen sen.

“Tað kom eitt sindur óvart á meg at fiskivinnan fyllir so nógv í búskapinum, tá tað av-leidda virk semið verður tikið við. Tað er eisini vert at leggja til merkis at slík roknistykki kunnu bróta tann almenna geir an upp í partar, soleiðis at man sær hvat ið stavar frá fiski vinnuni.”

Formaðurin í Føroya Reið-ara felag vísir á at frágreiðingin hvørki kemur við ráðum um hvat ið

Kanning: So stóran samfelags týdning hevur fiskivinnanSambært frágreiðing frá Magna Laksáfoss umboðar fiskivinnan 46-68 prosent av øllum búskaparligum virksemi í Føroyum; Herálvur Joensen, stjóri í Reiðarafelagnum, vónar at politikarnir taka tølini til eftirtektar.

MA

RIA

OLS

EN

Herálvur Joensen, stjóri í Føroya Reiðarafelag.

(Framhald á s. 16)

Page 4: Sjógvur & Fólk — #2

4 5SJÓGVUR & FÓLK — #2

Tórheðin Jónsveinsson Jensen

ER OKKARA nú ver-andi skip an fyri fiski-rætt indi í Før oyum at

javn meta við planbúskap ella markn að ar búskap? Nakr-ir bú skap ar frøðingar hava ført fram at upp boðs søla av loyv um og kvot um er sann-ur marknaðarbú skapur, og at tann skipan vit hava ídag minn ir mest um planbúskap. Somu búskaparfrøðingar siga seg ikki skilja hví fólk í vinn-uni tvíhalda um eina ‘komm-un ist iska’ skipan og ikki vilja inn føra ‘markn að ar bú skap’. Miðla fólk og ávísir pol it ik arar hava tikið hendan hend an re t-or ikk in til sín, og tað hoyrdist ofta upp undir løg tings valið 1. sep temb er.

Hvat er so planbúskapur, og hvat er markn aðar bú skap-ur?

Planbúskaður er tað sum vit kendu frá Sovjet sam veld-in um. Tíðliga í farnu øld inn-dróg tann sovjetiski stat ur in vinnu tól, jørð og hvørt av sín-um, og privatur ognar skap-ur existeraði ikki undir hes-ari skipan. Í sovjettíðini har plan bú skapurin ráddi, royndu komm unistarnir at tryggja tørv in hjá borgarunum við at deila út tilfeingið teir ráddu yv ir við tvingsli. Hetta kundu teir einans gera við at ráða yvir øll um tilfeingi, og øll vinnu-tól vórðu soleiðis stýrd av tí al menna, t.e. politikara- og embæt is stætt ini.

Vit munu f lest øll vita hvussu hetta miseydnaðist og end aði í einum stórum ruðu-leika. Planbúskapur eggjar nevni liga ikki til at tey sum eru góð til okkurt ávíst gera tað sum tey eru góð til — tað sum í búskapi nevnist spesial-is er ing. Planbúskapur eggjar ei heldur til uppsparing av kap i tali, sum er neyðugt til døm is til íløgur.

Marknaðarbúskapur, hin-veg in, er fyrst og fremst bygd-ur á ognarrætt. Megin part ur in av heimsins búskaparliga virk-semi er grundað á ognarrætt, og er hann ein grundarstein ur í marknaðarskipanini — utt-an ognarrætt, eingin handil. Markn aðarskipanin hevur giv ið góð úrslit, og er ein høv uðs orsøk til tær stóru bú-skap ar ligu framgongdirnar í nýggj ari tíð. Í Europa er real inn tøkan hundraðfaldað síðan 1800, og vælstandurin hevur ong an tíð verið størri enn í dag.

VINNA OG OGNARRÆTTURSpesialisering, tað at persónar og fyritøkur arbeiða við tí tey eru góð til, krevur handil, og handil krevur ognarrætt. Ognar rættur er ein treyt fyri so nógvum sum vit taka fyri giv ið, millum annað: upp-sparing av kapitali, (bæði í formi av ognum, peningi, og góðum stavsfólki). Ognar-rætt ur er treyt fyri at ein og hvør kann ráða yvir egnum húsi, at vit t.d. kunnu seta hús ið í veg fyri at útvega lán

og fígging, at vit kunnu trygg-ja húsini, ja yvirhøvur keypa ella selja tey.

Tað eru í høvuðsheitum tvær grundir til at ognar rætt-ur er neyðugur. Fyri at savna saman pening og ognir krevst sjálvandi at nýtslan verður minkað í fyrstu syftu — man má spara. Men fyri at kunna gera tað er eisini neyðugt at kunna vera rímiliga vísur í

at man varðveitir síni vinnu-tól í framtíðini — at vita at tú eis ini hevur eina inntøku kom andi ár og longur fram. Hetta kanst tú ikki uttan at tú hev ur ognarrætt, ella okkurt sum minnir um tað. Hvør vil bygg ja nakað upp utt an ogn-ar rætt, hvar eftirfylgjandi onn ur skulu kunna taka tað frá einum? Munnu reiðaríini vilja byggja nýmótans skip, og vilja bankarnir fíggja tey, um tað er óvist hvørt skipið hevur nak að at fiska komandi ár? Neyv an.

Men ognarrættur er ikki al tíð so svartur og hvítur, ei heldur er talan um bert ein vari ab ul. Sambært A. D. Scott (1988, 1996) er talan er um fleiri eginleikar í hugtak in-um. Fýra teir mest avgerandi

egin leikarnir í ognarrætti eru fylgj andi.

•  Trygd: Er ognin trygg, so kunnu onnur ikki gera krav upp á tað sum tú eigur. Trygd in vísir til evnini hjá eigaranum at varveita sínar ognir, soleiðis at ongin annar tekur tær frá einum.

• Ræði: Vit hava t.d. fult ræði yvir klæðunum vit gang a í. Mótsatt er ein almenn viða-lund ikki undir slíkum einka-ræði — ein og hvør kann fara sær ein gongutúr har. Við góð um ræði á kvotum kann eig arin sjálvur avgerða nær hann fiskar, og at aðrir ikki hindra hesum.

• Gildistíð: Hvussu long gildis tíðin fyri eitt fiskiloyvi er, um boð ar eitt virði; tað kann vera alt ímillum óav-

Plan- ella marknaðar búskapur?Tað sum vendur niður vendur upp, tá

menn í ramasta álvara tosa um at innføra uppboðssølu av fiskirættindum fyri at fáa ‘marknaðarbúskap’ í føroyska fiskivinnu

— púra í blindni fyri týdninginum av ognarrætti, lønsemi og fyritaksemi.

Uppboðsøla av kvotum:

MA

RIA

OLS

EN

Feløg sum ráða yvir rættindum einans í styttri tíð ar - skeið kunnu ikki gera lang tíðar íløgur — tað hevði ver ið búskaparliga ábyrgdarleyst hjá teimum at gjørt tí lík ar

íløgur. Undir slíkum um støðum ber ikki til at gera íløg ur í nýmótans skip, sum ann ars er ein avgerandi fyri treyt fyri at kunna

varðveita eitt høgt dygdarstig fyri tann fisk sum verður avreiddur.

Page 5: Sjógvur & Fólk — #2

5SJÓGVUR & FÓLK — #2

markað tíð ella ein ans eitt stutt tíðarskeið. Leasing er dømi um stutta gildistíð.

• Umsetiligheit: Umsetilig­heit snýr seg um møguleikan hjá einum ræðishavara at selja ella leiga ogn (ella rættindi) til onkr an annan.

Hesi fýra parametur verða máld frá null til eitt, har eitt er til fyrimuns fyri eigaran, og null er tað øvugta. Sambært Scott (1988) ber til at visual-isera hetta í einum aksa við fýra dimensiónum. Hetta er víst í Mynd 1.

Ein sterkur ognarrættur er um ráðandi fyri at kunna fáa besta íkast frá fiskivinnuni til sam felagsbúskapin. Eingin ella veikur ognarrættur før ir við sær svikaligan ella mist an markn að, sum aftur hevur við

sær búskaparligar trupul leik ar og ineffektivitet. Í fiski vinnuni vil tað føra til ov nógva fiski-orku, ov nógv stál, ov stór an flota, gomul og vánalig skip, ov lítlar (niðurpíndar) ella ov stórar (hungrandi/kann-ib al is er andi) stovnar, og ov lítl an ella ongan vinning í fiski vinnuni. Hetta síggja vit er hent í fiski daga skipanini, í fesk fiska flot anum, men ikki í f jar f lot anum. Eingin ella veik ur ognarrættur vil somu-leið is føra við sær ein flota við gomlum og vána lig um skip-um, ov lítlar (nið ur pínd ar) ella ov stórar (kannibal is er andi) stovn ar, og ov lítlan ella ong-an vinn ing í fiski vinnuni.

Hugtakið við at selja kvot ur á uppboðssølu inni-ber stuttíðarloyvi sam an bor ið

við støðuna nú og støð una í øllum okkara granna lond um. Trupulleikin er tó at stuttíð-ar loyvi vilja merkja at feløgini fara at arbeiða eftir stuttíðar profit max im ering heldur enn at arbeiða langsiktað, av tí ein-faldu orsøk at tey eiga eingi fiski rættindi. Feløg sum ráða yvir rættindum einans í styttri tíð ar skeið kunnu ikki gera lang tíðar íløgur — tað hevði ver ið búskaparliga ábyrgdar-leyst hjá teimum at gjørt tí-lík ar íløgur. Undir slíkum um støðum ber ikki til at gera íløg ur í nýmótans skip, sum ann ars er ein avgerandi fyri-treyt fyri at kunna varðveita eitt høgt dygdarstig fyri tann fisk sum verður avreiddur. Tað hevði víðari í virðisketuni ført við sær at fiskurin ikki kann selj ast til teir bestu markn að-irn ar, men hevði endað á bíl ig-ari marknaðum — við øðr um orð um, eitt lægri export virði.

Fyri tey reiðarí sum reka fiski vinnu eru tað fyrst og fremst tvey viðurskifti sum hava serligan týdning fyri rakst ur in av skipum: 1) nøgd av fiski, 2) dygd í fisk in um. Í framleiðslu- og sølu lið in um kemur so søla og markn að-ar før ing afturat. Við einari mið savn að ari upp boðs sølu hækk ar keyps prís ur in á fiski til skipini ta fyrstu tíðina; men skjótt vilja dygd in og prísirnir lækka und ir eini slíkari skip-an. Eyka kostnaðurin fyri keyp av kvotum vil minka um før leik an og hugin hjá fiski-vinnu fyritøkunum at gera íløg ur í marknaðir og markn-að ar før ing. Reiðaríini høvdu verð ið noydd at lagt seg eftir goml um bíligum skip um fyri at profitmaximera síni kvota keyp. Lægri export prís-ir høvdu sjálvsagt sæst aft ur í lægri prísum á eini ev ent-uell ari uppboðssølu fyri fiski-rætt indi, og harvið mun andi minni inntøkur í lands kassan.

At enda hevði lønsemið í fiski vinnuni minkað so mikið at lánitreytir frá lánistovnum høvdu sæst aftur í hægri rent-um, sum aftur hevði lækkað um kappingarførið hjá tí før-oysku fiskivinnuni á altjóða markn aðum.

HVUSSU STÓRT ÍKAST?Ímynda tær eina miðsavnaða almenna umsiting av øllum fiskirættindum til keyps á ein ari almennari upp boðs-sølu. Síðani kanst tú ímynda tær at øll agentur ið geva rætt-indi at selja útlendskar vørur í Føroyum vórðu innheintað sentralt, og boðin út via upp-boð í tíðarskeið upp á eitt, tvey ella trý ár hvørja ferð. Ella hví ikki ímynda sær at øll almenn arbeiðspláss skuldu bjóðast á upp boðs sølu á hvørjum ári. Hetta hevði sjálvandi tikið neyð ugan tryggleika í vinn un-um burtur og hevði und ir griv-ið alla serfrøði. Og serfrøði er grund leggjandi í øllum vinn-um.

At selja kvotur á upp boðs-sølu er eitt vanda mik ið ex peri-ment at fara í holt við. Roynd-irnar eru sera fáar og úrslit ini vánalig í allar flestu før um. Langt undir 0,1% av heims-ins fiskikvotum vera seldar á uppboðssølu. Vit hava eitt dømi í Føroyum; tá keypti eitt kin es iskt felag 95% av øllum kvot un um. 

Ein tílík uppboðssøla vil geva fría atgongd hjá t.d. kin-es ar um ella øðrum at yvir-taka ta føroysku fiski vinn una. Tað hava fortalarar fyri upp-boðs sølu her í landinum tó kanska einki ímóti.

Endamálið í f iski vinn-un i má vera at hon skal geva so stórt

Plan- ella marknaðar búskapur?Uppboðsøla av kvotum:

Styrkin á ognarrætti:

Perfektur ognarrættur (=1,0)

Verðandi ognarrættur (meting = )

Sterkur ognarrættur er tíðandi fyri at fáa sum mest íkast frá fiskivinnuni til

samfelagsbúskapin. Eingin ella veikur ognarrættur førir við sær veikan ella mistan marknað,

sum førir við sær búskaparligir trupulleikar og ineffektivitet. Í fiskivinnuni vil tað föra til ov

nógva fiskiorku, ov nógv stál, ov stóran flota, gomul og vánalig skip, ov lítlar stovnar, lítlan ella

ongan vinning í fiskivinnuni.

Tá kvotur skulu seljast á uppboðssølu, er talan um stuttíðarloyvi samanborðið við

støðuna nú og støðuna í øllum okkara grannalondum. Trupulleikin er tó at stuttíðarloyvi føra

við sær at feløgini arbeiða eftir stuttíðar profit maximering, heldur enn at arbeiða langsiktað,

av tí einfaldu orsøk at tey eiga ikki kvoturnar. Feløg sum ráða yvir kvotum í styttri tíðarskeið

kunnu ikki gera langtíðar ílögur. Tað fer ikki at bera til at gera ílögur í nýmótans skip, sum

annars er ein absolutt neyðug fyritreyt fyri at varveita eitt högt avreiðingargóðskustöði. Hetta

FISKIVINNUBLAÐIÐ NR. 2 $3

Trygd

Umsetiligheit

Gildistíð

Sjálvræði

Trygd

Ræði

Gildistíð

Umsetiligheit

Fullkomin ognarrættur (=1,0)

Styrkin á ognarrætti:

Verandi ognarrættur (meting = )

Styrkin á ognarrætti:

Perfektur ognarrættur (=1,0)

Verðandi ognarrættur (meting = )

Sterkur ognarrættur er tíðandi fyri at fáa sum mest íkast frá fiskivinnuni til

samfelagsbúskapin. Eingin ella veikur ognarrættur førir við sær veikan ella mistan marknað,

sum førir við sær búskaparligir trupulleikar og ineffektivitet. Í fiskivinnuni vil tað föra til ov

nógva fiskiorku, ov nógv stál, ov stóran flota, gomul og vánalig skip, ov lítlar stovnar, lítlan ella

ongan vinning í fiskivinnuni.

Tá kvotur skulu seljast á uppboðssølu, er talan um stuttíðarloyvi samanborðið við

støðuna nú og støðuna í øllum okkara grannalondum. Trupulleikin er tó at stuttíðarloyvi føra

við sær at feløgini arbeiða eftir stuttíðar profit maximering, heldur enn at arbeiða langsiktað,

av tí einfaldu orsøk at tey eiga ikki kvoturnar. Feløg sum ráða yvir kvotum í styttri tíðarskeið

kunnu ikki gera langtíðar ílögur. Tað fer ikki at bera til at gera ílögur í nýmótans skip, sum

annars er ein absolutt neyðug fyritreyt fyri at varveita eitt högt avreiðingargóðskustöði. Hetta

FISKIVINNUBLAÐIÐ NR. 2 $3

Trygd

Umsetiligheit

Gildistíð

Sjálvræði

Mynd 1.

(Framhald á s. 30)

At selja kvotur á uppboðs sølu er eitt

vanda mik ið ex peri ment at fara í holt við.

Roynd irnar eru sera fáar og

úrslit ini vánalig í allar flestu før um.

Langt undir 0,1% av heims ins

fiskikvotum vera seldar

á uppboðssølu. Vit hava eitt

dømi í Føroyum; tá keypti eitt kin-

es iskt felag 95% av

øllum kvot- un um. 

Makrelur.

Page 6: Sjógvur & Fólk — #2

6 7SJÓGVUR & FÓLK — #2

Fá tíð til tað, sum hevur týdning fyri tína fyritøku, við góðari og skjótari ráðgeving.

Tryggja tær arbeiðsfriðSímun er vinnukundaráðgevi í Eik. Sum partur av fiskivinnutoyminum hevur hann innlit í og áhuga fyri tørvinum og dagligdegnum hjá kundum sínum. Vit arbeiða eftir meginregluni um, at góð ráðgeving og skjótar svartíðir tryggja, at tín tíð og tín orka verða brúktar til títt virksemi.

www.eik.fo tel. 348000

Vinnukundadeildin í Eik

Norður Atlantshavsins størsti veitari av uppisjóvar�ski • Ein tryggur veitari ið kann levera stórar nøgdir • Sera framkomin fiskifloti við bestu RSW køliskipan• Nýtt fult automatiserað framleiðsluvirki • Framleiðsluorka 1000 tons per dag

Mak

relu

r

Sild

Svar

tkja

ftur

Gul

laks

ur

Lodn

a

ÁRSINS ÁTAK 2012

Tel. +298 [email protected]

www.vardinpelagic.com

sansir.fo

Page 7: Sjógvur & Fólk — #2

7SJÓGVUR & FÓLK — #2

Jógvan Hugo Gardar

DREYMURIN HJÁ før-oysk um reiðaríum og

teim um sum virka fisk er at góðsk ing í størst møguligan mun skal fara fram í Føroyum. Fleiri ætlanir hava verið og vent í nevndarhølum, men tær flestu koma ikki longur. Orsøk irnar eru ymiskar, men toll ur í londunum sum vit út-flyta til er oftast tann avger-andi orsøkin til at ein tílík ætl an ikki ber á mál.

Vit hava eitt undantak. Bakka frost hevur í nógv ár havt sum eitt aðalmál at fram-leiða lidnar vørur, tað vil siga at fyri tøkan ynskir at fram-leiða laksa vørur sum kunnu leggj ast bein leiðis í handils-disk in til kund an at velja sær. Hetta er eitt hugtak sum hevur eydnast sera væl. Um hugt verður eftir rokn skap-ar tøl un um hjá Bakka frost so

vísa tey at hendan lang tíð-ar ætlan hjá fyritøkuni loysir seg. Hóast tað til tíðir kann tykj ast meira lønandi at selja fesk an laks á tí sokallaða spot-markn aðinum — selja laksin so at siga so hvørt sum hann verð ur tikin — so gevur tað meir í longdini at hava nakrar fast ar avtalur um sølu av lidn-um sokallaðum VAP (value added products) ella virðisøkt-um vørum. Hjá Bakkafrost er loysn in at bjóða bæði feskar og virð is øktar vørur, og príslegan av gerð hvat sum verður fram-leitt mest av undir einum givn um tíðarskeiði.

Tað er tó ikki so einfalt at ein rávøruframleiðari uttan víð ari bara kann fara undir at góðska egnar rávørur. Tann lidna vøran skal útflytast til stór ar marknaðir, sum til døm is USA, ES, Russland ella Kina. Fyri at verja egn ar vinnur og egin arbeiðs pláss er

ikki óvanligt á hesum markn-að um at tollur verður lagdur á inn fluttar vørur sum kunnu fram leiðast av teirra egnu fyri-tøk um.

Fyri tær vørur sum Bakka-frost framleiðir hevur hetta hig ar til ikki verið ein forð ing, tí fyritøkan hevur víst seg at vera kappingarfør, og við ES hava Føroyar um ikki ann að so eina avtalu sum tryggj ar at vit vita hvat vit hava at fyri-halda okkum til.

Við sínari risa íløgu á Glyvr um tekur Bakkafrost eitt lop inn í framtíðina. Her skal felagið kunna bjóða øllum ver andi kundum tær vørurnar sum teir ynskja. Samstund-is eru møguleikar at tillaga fram leiðsluna til nýggjar kund ar — nýggjar vørur og nýggj ar marknaðir.

Hetta fer í praksis at ger-ast ein sýnis gluggi fyri hvat sum letur seg gera, ikki bara fyri føroy ing ar men fyri onnur eis ini.

TUNGUR ES DANSURMen har er eitt men, og tað er møguleikin hjá keyp ara-londunum at leggja toll á, um so er at tey meta at egin vinna tapir í kappingini. Og júst hetta er orsøkin til at tann norska sjógætisvinnan ídag at kalla ikki virðisøkir fisk long-ur.

Long handilsstríð millum Nor eg og USA og Noreg og ES vísa at um keyparalondini leggja nóg høgan toll á, so flyt ir góðskingarparturin úr Nor egi til ES. Og tá nyttar einki um ein heldur seg fram-leiða heimsins bestu vøru.

Europeiska Búskaparliga Sam starvið (EBS) millum ES og Ísland, Noreg og Lichten-stein, skipar handilin millum ES og EBS londini. Avtalan varð gjørd fyri 20 árum síðani og bert smávegis broytingar eru seinni gjørdar í henni. Ser liga í partinum um toll er lítið broytt. ES kann útflyta fiska vørur til Noreg uttan toll, með an tollur verður lagdur á fiska vørur úr Noregi til ES. Tess meir fiskurin er virðisøk-tur, tess hægri er tollurin.

Hetta ger at norskur laks-ur og uppisjóvarfiskur í stóran mun verður útfluttur feskur og óvið gjørdur til ES lond, ser-liga Svøríki, Póland, og í ávís-an mun eisini til Danmarkar. Har verður hann so góðskaður og sendur út á ES marknaðin. Og ein

Virðis øking:Mong vilja men fá tykjast megnaBakkafrost hevur við síni risaætlan á Glyvrum víst at teir trúgva uppá, og tora, at satsa uppa at gera lidnar laksavørur í Føroyum; onnur droyma um tað fyri annan fisk men mugu bíða eftir at politiskar dyr úti í heimi opnast. M

AR

IA O

LSE

N

Pakking av frystum laksaportiónum á Bakkafrost.

(Framhald á s. 10)

Page 8: Sjógvur & Fólk — #2

8 9SJÓGVUR & FÓLK — #2

Jógvan Hugo Gardar

RÁVØRUframleið andi lond sum Før oy ar og Noreg hava van liga

trupult við at góðska vørurn-ar áðrenn tær verða seldar til teir stóru marknaðirnar, av tí at tollforðingar gera vørurnar ókappingarførar.

Bakkafrost hevur í fleiri ára tíggju kortini víst at fyri ávís ar virðisøktar vørur ber til at kapp ast. Nú er so fyri-tøk an í gongd við størstu privatu íløguætlan í Føroya søgu, har lidnar vørur umboða bróðurpart in av ætl an ini. Í stutt um byggir Bakka frost út smoltframleiðsluna í Norð-oyggj um, hevur latið byggja tann sera framkomna brunn-bátin ‘Hans á Bakka’, og sum triðja súla í hesi verkætlan setir fel agið nú upp eitt nýtt virki í heims klassa á Glyvrum.

Regin Jacobsen, forstjóri á Bakka frost, sigur at út bygg-ing in gongur væl.

“Hetta er ein rættuliga stór út bygg ing, so tað tekur sína tíð at byggja,” vísir hann á, og legg ur afturat: “Ætlandi byrjar framleiðslan á Glyvrum í apríl 2016. Tó verður alt virkið ikki start að upp fyrr enn eftir summ ar feriuna 2016.”

Hvat kann hetta bjóða sum tit ikki hava møguleika til í dag?

“Virk ið hevur størr i f leksibilitet at framleiða ymisk vørusløg, sum vit ídag ikki hava møguleika til,” sigur Regin Jacobsen. “Virkið er

sum heild á einum hægri stigi enn verandi virkir, og kann tí framleiða mest krevj andi vøru sløg, sum marknaðurin vænt andi spyr eftir í framtíði-ni. Vit ynskja at framleiðslan skal í stóran mun kunna flyta seg við marknaðartørvinum og í mun til framleiðslu av teimum vørum sum fyri fe-lagið lønar seg best.”

LANGAR ROYNDIRBakkafrost hevur gjøgnum nógv ár satsað upp á lidnar vør-ur, umframt at lata feskan fisk til marknaðin. Liðugtvørur krevja at avtalur eru gjørdar fyri eina tíð framyvir. Tað merkir at framleiðarin kann vinna ella tapa upp á sveiggi-ni í laksaprísinum. Um hugt verður eftir gongdini hjá lak-safyritøkunum á keypsskála-num í Oslo, so kunnu fy-ritøkurnar sum selja mest á tí sokallaða spotmarknaðinum

— tað vil siga fyri tann prísin

sum marknaðurin bjóðar tann dagin laksurin skal seljast — kunnu vinna nógv tá prísurin hækkar, og somuleiðis tapa nógv tá prísurin lækkar.

Regin Jacobsen: “Okkara royndir gjøgnum 1980ini og 1990ini vístu at tað er neyðugt at hava vertikala integratión frá rávøru til lidna vøru. Hetta er við til at avmarka tann búskaparliga váðan hjá felagnum; og harvið fáa vit bæði støðugari arbeiðspláss, og sanniliga eisini tryggari grundarlag undir okkara samfelag. Við at hava størri part av virðisketuni frá rávøru til lidna vøru, hava vit sæð at ávísar tíðir liggur vinningurin í rávøruframleiðsluni, meðan aðrar tíðir liggur hann í fram-leiðsluni av lidnari vøru.”

“Harafturat verða vit meira fokuserað á tørvin hjá kund-un um tá vit sjálv framleiða og selja lidnar vørur beinleiðis til kund ar nar. Vit hava upplivað at henda strategiin hevur verið munurin á lív og deyð fyri fel-agið.”

VAKSANDI MARKNAÐURTollmúrar og aðrar forðingar eru vanligar tá ein marknaður skal verja arbeiðspláss. Hetta hava ikki minst sjógætisfyri-

tøk ur á okkara leiðum merkt tá roynt hevur verið at selja til ES marknaðin. Til dømis hevur Noreg havt fleiri dýr stríð við ES, USA, Kina og Russland um atgongd til teir-ra marknaðir. Slíkar forðingar raka viðhvørt Før oyar. Ídag verður at kalla allur laksur sum Noreg framleiðir til ES-marknaðin virðisøktur í ES, og tá er talan serliga um lidna framleiðslu í Pólandi.

Hvat er orsøkin til at tit framvegis trúgva upp á fram­leiðsluna av lidnari vøru?

“Vit síggja at eftirspurnin-

gurin á ymiskum lidnum lak-savørum er vaksandi globalt. Ikki bara í ES, men eisini í øðrum heimspørtum. Okkara fatan av marknaðinum er at vit hava ógvuliga stórar ótroyttar møguleikar. Tað krevur tó stórar íløgur, og langsiktað marknaðararbeiði at koma inn í viðkomandi handilssáttmá-lar. Vit meta okkum at vera á rættari leið men arbeiða áhal-dandi við at betra okkara kap-pingarføri yvir fyri kundunum í teimum ymisku økjunum.”

Regin Jacobsen leggur af-turat at slíkir sáttmálar eru við

“Okkara útflutningur hevur ongantíð verið minni tengdur av ES enn nú”

Bakkafrost hevur prógvað at tað ber til at virðisøkja laks í Føroyum og kappast á heimsmarknaðinum; við risaíløgu upp á 1,5 milliardir skal felagið styrkja sína støðu gjøgnum økta framleiðslu av lidnum vørum.

Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost, við tí stásiliga brunnbátinum Hans á Bakka í bakgrundini.

Byggingin av tí nýggja framleiðsluvirkinum á Bakka (okt. 2015).

Byggiplássið á Bakka, har arbeiðið hevur gingið væl higartil (okt. 2015).

Page 9: Sjógvur & Fólk — #2

9SJÓGVUR & FÓLK — #2

til at stabilisera ta fíggjarligu gongdina hjá Bakkafrost.

“Harafturat gevur fram-leiðslan av lidnum vørum stóra virðisøking fyri tað føroyska samfelagið — bæði í samband við munandi meir arbeiði til føroyskar hendur, men eisini tí hetta krevur fleiri lokalar veitingar. Samanumtikið pas-sar hetta væl til okkara strate-gi, sum snýr seg um at tað er í Føroyum vit ynskja at skapa búskaparligan vøkstur og tað er haðani vit ynskja at skapa eitt felag í heimsflokki.”

SKIFTA ÍMILLUMHava tit nakrantíð óttast fyri at eykatollur kann koma og forða tykkum í at útflyta vørur?

“Tað eru sjálvandi altíð van-dar í sambandi við virksemi av hesum slag; men tað er ikki nakað sum bendir á at eyka-tollur fer at koma á føroyskan laks til ES. Vit hava handil-savtalu millum Føroyar og ES, og hetta eigur at tryggja støðuga marknaðaratgongd. Gongdin við at økja útflutnin-gin til aðrar heimspartar er ei-sini við til at minka um váðan

á hesum øki. Okkara útflut-ningur hevur ongantíð fyrr verið minni tengdur av ES enn júst nú.”

Føroyskur laksur verður í dag útfluttur til allar teir stóru marknaðirnar á heims-marknaðinum.

“Vit útflyta til fýra høvuðs-markn að ir, nevniliga ES, Asia,

USA og Eystureuropa. Skul-du avbjóðingar uppstaðið á einum marknaði, kunnu váð-in og møguligur skaði avmar-kast við at flyta søluna til aðrar markn aðir. Tað hevur tó altíð sera stóran týdning at hava

góða marknaðaratgongd til allar marknaðir.”

ASC-GÓÐKENTHvussu er við sokallaðum ecola­bels og vørum frá tykkum? Eru krøv frá keyparum um tað?

“Vit hava tey seinastu árini markn aðarført ‘Salmon from the Faroe Islands’ sum eitt há dygdarligt brand. Við tí ser staka fóðri sum Havsbrún framleiðir úr føroyskt veidd-um fiski, hevur føroyskur laks ur fingið eina heilt ser-liga støðu á marknaðinum. Smakk ur in er øðrvísi tí fóðrið hev ur sín serliga rá vøru pro-fil, sum gevur laksinum eina fram úr høga dygd.”

Bakkafrost hevur í fleiri ár samstarvað við aðrar stórar laksa framleiðarar um at trygg ja at vinnan eisini kem-ur at standa klár tá nýggj krøv gera seg galdandi, sigur Regin Jac ob sen.

“Vit eru við í arbeiðnum at flyta alheims alivinnuna fram á leið. Bakkafrost var ein av stovnarunum av Global Salm-on Initiative (GSI), sum er samstarv millum 15 av heims-ins stóru alifeløgum. Sam an samstarva vit um at betra man-nagongdir og deil a vit an, m.a. um hvussu vit bet ra heimsins alivinnu við víkj andi burðar-dygd, stand ard um og rávøru til ta vaksandi fram leiðsl una.”

Eitt av teimum málunum sum laksaframleiðararnir ar-beiða við er at geva kundunum betri møguleika til at tryggja sær hvat tað er fyri vørur teir keypa.

“Ein av okkara málsetning-um er at allur laksur skal vera ASC [Aquaculture Stewart-ship Council] góðkendur áðr-enn 2020.”

Fyrsta ASC góðkenning in í Føroyum varð fingin ífjør, tá

“Okkara útflutningur hevur ongantíð verið minni tengdur av ES enn nú”

MARIA OLSEN

Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost, við tí stásiliga brunnbátinum Hans á Bakka í bakgrundini.

Portiónir ávikavist fløk (longst til høgru),

á framleiðslubondum hjá Bakkafrost.

Page 10: Sjógvur & Fólk — #2

10 11SJÓGVUR & FÓLK — #2

Jógvan Hugo Gardar

NORSK ali- og fiskivinna er kend um allan heim,

men tað sum mong ikki eru greið yvir er at so at siga øll virðis øking av norskum fiski hend ir uttanlands. Og gong-din í seinastuni vísir eisini at norskir exportørar — úti-stongdir av bæði tí russiska og tí kinesiska marknaðinum

— noyðast at senda meira av fiski til ES umframt til heilt nýggjar marknaðir.

Hetta hendir samstund-is sum føroyskir útf lytarar fáa fótafesti á teimum stóru marknaðunum so sum Russ-land, Kina og USA, meðan ES londini ikki longur eru størsti keypari av okkara fiska vørum.

Sum limur í Europiska Búskaparliga Samstarvinum (EBS) er Noreg tættari knýtt til ES enn hvat Føroyar er. Við í EBS eru umframt ES og Noreg, eisini Ísland og Lichtenstein. Gjøgnum hetta samstarvið verður tað mesta av tí politiska og handilsliga samskiftinum millum ES og tey trý EFTA londini skipað, harímillum spurningurin um toll og avgjøld á fiskavørur. Hitt limalandið í EFTA, Sveits, er ikki við í EBS.

Fyri teir norsku út f lyt-ar arnar av sjógæti er EBS avtalan góð, so leingi teir ikki virðisøkja fiskin ov nógv áðrenn hann verður sendur um markið til ES. Eini 95 prosent av sjó gæt in um sum

partur av hesum lidnu vør-um vendir aftur til norsk ar handils diskar. Tí tað loysir seg at virðisøkja fiskin í Svø-ríki og senda hann aftur um mark ið til Noregs.

Hesin trupulleikin fyri ta norsku vinnuna er eitt evni sum allar norskar stjórnir hava roynt at gera okkurt við líka síðani Noreg fekk sína EBS avtalu. Men enn hevur ikki eydnast at fáa Brússel at broyta meining.

BYGGJA MERKIÍ hesum samanhanginum er tað tí áhugavert at Christian í Grót inum (CIG) samtakið í Klaks vík hevur valt at keypa eina góðskingarfyritøku í Týsk landi, Larsen Danish Seafood. Langtíðarmálið er at kunna byggja eitt góðsking-ar virki í Klaksvík sum kann nið ur sjóða og framleiða til dømis makrel í tomat fyri síð-ani at útflyta vøruna til mill-um annað ES marknaðin.

Hetta kemur tó ikki at henda í eini handavending,

men CIG tryggjar sær nú markn aðar atgongd, tí fisk-ur in hjá teimum kann út-f lytast feskur uttan toll til Týsk lands, har hann síðani kann virðisøkjast; harafturat tryggj ar CIG sær virðismikla vit an um framleiðslu og marknaðir.

Hetta kann gerast ein av bestu íløgunum hjá CIG, tí hetta er eitt felag sum ikki bara gevur atgongd til ES og vitan um marknaðin, men um boð ar ein møguleika til at byggja fyritøkuni ein nýggjan plat form inn í framtíðina.

Bakkafrost og CIG eru kom in langt, og sambært

óvátt að ar upp lýs ingar um-hugs ar Varð in samstundis at gera íløg ur í nið ursjóð ingar-virki knýtt til teirra virksemi.

Hetta eru dømir um fyri-tøk ur sum hugsa eitt sind ur víð ari enn hvat vit hava sæð tey seinastu mongu árini inn-an føroyska framleiðslu.

Føroyar hava heimsins besta alifisk og heimsins besta villa fisk. At vit vita tað gerst eing in ríkur av, men um vit megna at byggja upp føroyskar merki vørur, so kunnu vit fram yvir eisini fáa keyparar á heims marknaðinum til at siga tað — uttan at vit skulu lokka tað úr teimum. []

Bakka frost móttók ASC góð-kenn ing av sínum alivirksemi á Gøtu vík.

TRYGGAN MATKrøvini til allar matvørur ger­ast strang ari, ikki minst verða krøv sett til at laksurin tit selja er framleiddur burðardygt, um­framt at hann skal liva í reinum um hvørvi og verða hagreiddur rætt. Hvussu fyrihalda tit tykk­um til tey krøvini?

“Bakkafrost hevur sum mál at fylgja øllum lógum og regl um og helst vera framm-an fyri hesi. Vit hava yms ar sjálv bodn ar góð kenn ing ar fyri at felagið skal liva upp til strang astu krøv, bæði við-víkj andi umhvørvi, arb eiðs-

trygd og vørudygd. Hesi krøv verða áhaldandi eft ir kann að av óheft um eftir lits feløgum.”

Sum dømi um onnur á tøk Bakka frost hevur tikið stig vísir Regin Jacobsen til reins-ing av fiskalýsi ið verður brúkt í ali fóðrinum.

“Hetta er eitt átak sum vit sjálv boðin eru farin í holt við. Við hægsta marknaðar um-dømi meta vit at okkara laks-ur skal vera eina tonn betri enn tann laksur sum ann ars kann keypast á markn aðinum

— sum eisini yv ir høvur er av

sera høgari dygd. Vit arbeiða áhaldandi við at betra okkum á hesum øki og koma fram-hald andi at seta størri krøv til okkara egnu framleiðslu so leið is at vit framhaldandi verða í eini broyt ingar til-gongd tann rætta vegin.”

MEIR STØÐUGTHvørjir marknaðir eru sum mest seta serlig krøv?

“Allir marknaðir seta serlig krøv. Laksurin sum Bakkafrost framleiðir uppfyllir øll krøv frá øllum marknaðum. Marknaðirnir eru tó allir ymiskir í mun til ynskir og hvørjar vørueginleikar teir leggja mest dent á.”

Hvørji útlit sært tú fyri laksa marknaðin?

“Laksaprísurin verður helst altíð rættuliga svingandi, soleiðis sum vit eisini hava sæð tey seinastu árini. Tó meti eg at laksavinnan er ein nógv meira búgvin vinna ídag enn hon var, og harvið kann væntast at gongdin framyvir verður meira støðug fyri hesa vinnuna. Tað eru framvegis stórir møguleikar at menna vinnuna á nógvum økjum. Hetta sæst eisini aftur í hvussu vit á Bakkafrost ætla at

menna okkara part av vinnuni tey komandi fimm árini.”

Mongdin av laksi ið verður boðin út á marknaðin fer væntandi at økjast nakað tey komandi árini, við millum tvey og fimm prosent. Hetta er munandi minni enn hvat ið eftir spurningurin veksur við, um markn að ar-at gongd in annars er óbroytt. Samanumtikið eru markn-aðar út litini góð sam bært grein arar.

Í Noregi fæst til dømis meir av feskum laksi sum er skor­in í flak, er sushi­klárur og so framvegis. Er tað nakað sum tit hava møguleika at bjóða kundunum í Europa, ella má tað vera fryst?

“Tað nýggja virkið sum verð-ur klárt komandi summar fer at geva

Noreg meira heft av ES: Rávøru útflytarin eystan hav

(Framhald á s. 23)

Pilka bein úr laksaflaki.

Aliringur á Gøtuvík.

Frystar portiónir framleiddar fyri týska handilsketu.

Virðisøking (s. 7)

Page 11: Sjógvur & Fólk — #2

11SJÓGVUR & FÓLK — #2

verður fiskað og alt í Nor egi, verður útflutt. Í mongd en-dar umleið helvt in av teim-um norskum fiska vør un um í ES, og í virði er talan um 62 prosent, og sostatt er ES tann størsti marknaðurin hjá tí nor-sku sjógætisvinnuni. Størsta einstaka keyparaland av fis-kavørum úr Noregi er Póland, við Fraklandi sum nummar tvey.

Laksur, sild og toskur eru tey trý fiskasløgini sum ES-londini keypa mest av úr Noregi.

Meðan tann norski út-f lutn ingurin til ES markn-að in er vaksandi, so er før-oysk ur exportur til hendan markn aðin minkandi. Í 2014 fóru so mikið sum 56 prosent av úflutninginum hjá Bakka-frost í øðrum ársfjórðingi til ES marknaðin; men sama árs fjórðing í ár var lutfalstalið komið niður á 29 pst.

Gongdin er broytt nógv broytt síðani august 2014, tá Russland stongdi síni mørk fyri innf lutning av fiski úr Noregi.

Hyggja vit eftir tølunum frá Hagstovuni siðani 1993, so fóru millum 85 og 90 pst. av tí samlaða f iskaút f lutn-ing in um hjá føroyingum til ES marknaðin. Tá skal eisini havast í huga at øll tey eystur-europeisku londini ikki vóru blivin ES limir. Í 2013 út fluttu Før oy ar tó ‘bara’ 51 pst. av fisk inum til ES, og hetta talið er lækkað enn meira síðani tá. Hinvegin selir Noreg meir og meir fisk til ES, og har er at kalla alt fiskur sum ikki er góðsk aður.

KREVJANDINoreg hevur fleiri ferðir fingið at kenna hvat vald keyp ara-londini hava. Feskasta dømi eru avleiðingarnar av ósemjuni millum Russland og vest ur-heimin. Á sumri 2014 sá alt ljóst út — norskir sjógætis-stjórar vístu á framløgu upp eitt kort yvir Russland sum upplýsti at tað serliga vóru St.

Pætursborg og Moskva sum keyptu fisk úr Noregi; tí vóru fiski- og alivinnan í gongd við, saman við russiskum keyp-arum, at leggja eina ætlan fyri hvussu serliga alilaksur skuldi kunna fáast víðari út til restina av Russlandi.

Men í august í fjør fingu teir norsku fiskaframleið ar-arn ir fótin í Russlandi, og eru fram vegis óynsktir har — sum part ur av tí politiska og bú-skap arliga revsiátakinum hjá USA og ES ímóti Russlandi í sambandi við Ukraina krepp­una, varð Noreg eisini rakt tá Russland svaraði aftur við mót tiltøkum.

Nakað líknandi hendi í Kina aftaná at Liu Xiaobo fekk friðarsheiðursløn Nobels í 2010. Tá høvdu teir norsku laksa framleiðararnir eisini lagt eina umfatandi slagplan um vøkstur í Kina. Men frið-ar heiðurslønin knústi alt.

Henning Beltestad, for-stjóri í Lerøy Seafood, hevur sjálv ur nevnt hetta.

“Nú tori eg ikki at spáa meir,” segði hann á sínari fram løgu stutt fyri jól á Hotel Continental í Oslo.

“Eg stóð her og spáddi risa vøkstur í Kina. Fáar dagar seinn i stongdi Kina markið. So spáddi eg vøkst ur í Russ-landi, og næstan dag in eftir blivu vit útistongd frá tí russ-iska marknaðinum.”

Men hvørki Russland ella Kina eru fyrstu royndirnar hjá Noregi á hesum økinum. Ákær ur um dumping og kapp-ingar av lagandi studning hava hegl að yvir norsku vinnuna frá fleiri av teimum stóru kapp-ing ar neytunum.

Seinast í 1980unum á kærd u amerikanskir alarar ta norsku alivinnuna fyri at dumpa laks inn á tann amerik-an ska marknaðin. Eisini vildu am erik an arar vera við at her var talan um prísdumping ið

ikki kundi gjøgnumførast utt-an almennan studning. Hetta gjørdi at í 1991 legði USA ein 23 til 27 prosent revsitoll upp á mestsum allan laks úr Nor egi. Tað handilsstríðið varð ikki loyst fyrrenn í 2012.

Eisini skotskir alarar hildu sein ast í 1980unum at norð-menn prísdumpaðu laks, við hjálp av almennum studningi, á ES marknaðin. Tað førdi til at ES setti revsitiltøk í verk

móti Noregi. Millum ann-að fekk norskur laksur ein minsta prís á ES markn að in-um, og fór marknaðar prís urin undir hendan prísin so kundu norskir alarar ikki selja laksin í ES. Hendan ósemjan bleiv ikki loyst fyrrenn í 2008.

Í 2004 fingu sílaalarar úr Noregi, og fyri ein part eis ini Føroyum, líknandi trupul leikar á ES markn að in-um. Ákæran frá ES var at síl

sum komu á ES markn að in blivu seld fyri minni enn tey kostaðu at framleiða.

Og longu í 2006 byrjaðu trupulleikarnir fyri norskar alarar á tí russiska marknað-inu m at merkjast. Russland avmark aði innflutningin tey fyrstu árini við at útistongja ávísar útflytarar í longri og styttri tíðarskeið, við ávísing til at teir ikki livdu upp til tey

Noreg meira heft av ES: Rávøru útflytarin eystan hav

Meðan føroyingar arbeiða hart fyri at spreiða útflutningin av fiski til fleiri marknaðir, exporterar Noreg dupult so nógvan fisk til ES ídag sum landið gjørdi fyri 20 árum síðani — og sendir tað mesta av landinum sum rávøru.

Framleiðsla av upsa portiónum á Kósini.

(Framhald á s. 22)

MA

RIA

OLS

EN

Page 12: Sjógvur & Fólk — #2

12 13SJÓGVUR & FÓLK — #2

Jógvan Hugo Gardar

BOGI RASMUSSEN, ið hevur fingið í uppgávu at

stjórna Larsen Danish Sea-food, hevur brúkt meginpart-in av hesum árinum til at seta seg inn í hvussu tann týska fyri tøkan virkar.

“Tá vit yvirtóku felagið tíð liga í ár, so var greitt at vit neyv an fingu fleiri nýggjar av-talur undirskrivaðar fyri 2015,” segði Bogi Rasmussen í sam-røðu við Sjógv & Fólk.

“Hetta er ein marknaður har tær flestu avtalurnar verða gjørd ar um heystið fyri tað kom andi árið. Tað merkir at teir stóru ordrarnir fyri hetta árið vóru longu farnir framvið tá vit yvirtóku fyritøkuna.”

UPP ÚR NÝGGJUMHetta hevur so ístaðin gjørt tað møguligt hjá teimum nýggj u eigarunum úr Klaks-vík at fáa betri yvirlit yvir fyri-tøk una, og hvussu tey ynskja at reka hana framyvir.

Bogi Rasmussen sigur at talan er um eitt heilt nýtt arb-eiðs øki fyri bæði hann og reið-arí ið, og tí hevur nógv verið at sett seg inn í.

“Nú veit eg nógv meir, bæði um sjálva fyritøkuna og ikki minst um marknaðin,” við-merkti hann.

“Eg havi fingið vitj að teir

gomlu kundarnar hjá fyri tøk-uni, og vit hava lagt ætl anir fyri hvussu vit skulu royna at koma okkum inn í markn-aðin.”

Í triðja ársfjórðingi eru tey í gongd við at leggja seinastu hond á uppskot um avtalur og annars at samráðast við

møgu ligar keyparar av vør-un um hjá teimum.

“Vit vita einki um hvussu tað kemur at gangast fyrrenn eitt sindur longri út á árið, men vit hava fingið vitjað teir kund arnar sum kenna Larsen Seafood frá fyrr av, umframt onkrar nýggjar. Vit hava havt

Klaksvíkingar spenna seg út mitt í Europa

Rutunetið hjá Faroe Ship bjóðar føroyingum bestu inn- og útflutningsmøguleikarnar. Vikuliga sambandið við flutnings-miðstøðirnar í grannalondunum og Norðurevropa tryggjar fjølbroytta atgongd til útheimin og tryggan innflutning.

Lómur og Blikur geva nýggjar møguleikarNýggjur útflutningsmøguleiki fríggjakvøld til Århus við Lómi og Bliki, sum nú røkja farleiðina millum Føroyar og Skotland og Føroyar, Danmark, Svøriki og Pólland.

STERKASTA FLUTNINGSKETAN

Íløgan hjá Christian í Grótinum í Týsklandi skal standa sína fyrstu roynd nú ordrabøkurnar hjá Larsen Seafood skulu fyllast til komandi ár — seinni í

vetur fæst at vita í hvønn mun tær stóru avtalurnar eru fingnar í hús.

Sjófrystur uppisjóvarfiskur verður landaður á Ánunum (v); Royktur brislingur í rapsolju er eitt væl umtókt produkt hjá Larsen Seafood (omanfyri);Norðborg við bryggju, við frost goymsluni hjá Christian í Grótinum í forgrundini (h).

KA

J JO

EN

SE

N

Page 13: Sjógvur & Fólk — #2

13SJÓGVUR & FÓLK — #2

nógv ar góðar fundir, men um vit fáa avtalurnar, tað vita vit ikki rættiliga enn.”

Bogi Rasmussen upp-lýsti at avtalan um keypið hjá Christian í Grótinum av Lars-en Danish Seafood varð und-irskriv að tann 1. februar, men tað skuldu ganga einir tveir mán aðir áðrenn transaktión-in var gjøgnumførd og alt var kom ið upp á pláss.

“Vit hava f ingið sjálva fram leiðsluna at ganga fínt, og virksemi hevur verið at kalla allatíðina. Samstundis hava vit havt nógv annað sum skuldi fáast í rættlag.”

Bogi Rasmussen legð aft-ur at: “Nú kenna vit bæði fyri-tøk una og marknaðin betur, so vit eisini betur kunnu seta okk um nýggj mál fyri rakst-ur in.”

Larsen Danish Seafood er ein fyritøka sum er væl kend mill um matvøruhandlar í fleir i londum í Europa; men tung ur rakstur tey seinastu tvey árini áðrenn klaksvíking-ar yvirtóku felagið hevur gjørt at fyri tøkan hevur ikki heilt livað upp til tað hon plagdi at vera kend fyri.

Fyritøkan er best kend fyri sína framleiðslu av makreli í blikk um, m.a. ‘Makrelguf ’, men har eru nógvar aðrar vør-ur sum fyritøkan framleiðir.

“Vit hava seks f iskasløg sum vit kunnu niðursjóða — makrel, sild, laks, øðu, síl og brisl ing. Makrelur er nógv tann størsta framleiðslan, og síð ani kemur sildin.”

MSC-GÓÐKENTCIG-samtakið hevur sum mál setning at Larsen Seafood skal virðis økja tey fiska sløg-

ini sum teirr a trolarar veiða. Størstu marknaðirnir í sam-an hang inum eru Týskland, Danmark, Svøríki, Finnland og England.

“Í dag keypa vit í Larsen Seafood næstan allan makre-lin sum vit hava brúk fyri frá okkara egnu trolarum, meðan hini f iskasløgini keypa vit aðrastaðni.”

Ætlanin er at sildin eisini skal keypast frá verksmiðjuski-punum hjá CIG, ‘Norðborg’ og ‘Christian í Grótinum’. MSC góðkenningin fyri sildi-na er nýliga komin upp á pláss, og harvið er nú eisini møgu-ligt at keypa føroyska sild.

“Vit leggja okkum eftir at bjóða tað ið marknaðurin ynskir, og eitt av ynskjunum og krøvunum er at fiskurin er fiskaður burðardygt. Her er MSC góðkenningin av týdningi, eisini tí tað gevur kundanum møguleika at eft-irkanna hvussu fiskiskapurin er farin fram.”

Umframt framleiðlsu í Flens burg av vørum úr makr-eli, sild og øðrum fiskasløgum, so umfat ar framleiðslan hjá Larsen Sea food eisini eina botnfiska eind í Bremerhaven, ið framleiðir vørur úr upsa og alaska pollock.

Bogi Rasmussen segði at tey hava innført nakað av broyt ingum í rakstrinum, og at tað longu er greitt at tey eru kappingarfør í prísi í mun til tær vørur sum finnast á markn aðinum. “Yvirbygn að-ur in í hesi fyri tøk uni hevur verið ov tungur, og vit hava tí eis ini fingið talið á starvsfólk-um á báðum virkjunum til bet ur at passa til tað sum virk-ini kunnu bera,” segði hann.

VILJA FRAMLEIÐA Í FØROYUMCIG samtakið hevur í eina tíð arbeitt við møguleika-num at víðarivirka vørur úr tí sum verður framleitt umborð á ‘Norðborg’ og ‘Christian í Grót inum’.

“Ætlanin hjá okkum hevur verið at hendan virkingin

skuldi fara fram í Føroyum og helst í Klaksvík,” segði Bogi Rasmussen; “men av tí at vit ídag hava eina tollavmarking á upp til 25 prosent á virkaðan makr el úr Føroyum, er hetta ikki møguligt sum er.”

Bogi Rasmussen legði aft ur at at málið framvegis er at byggja eina verksmiðju í Klaks vík, men at hetta neyv an kann gerast veruleiki fyrr enn broytingar henda í handils-viðurskift un um við ES.

“Uppgávan fyri framman er fyrst og fremst at tryggja við ur skiftini við kundarnar og samstundis at gera alt fyri at fáa økt lønsemi í virk sem-in um. Hóast Larsen Seafood hev ur givið undirskot sein-astu tvey árini, so trúgva vit at hetta kann broytast.” []

Klaksvíkingar spenna seg út mitt í Europa

• LARSEN Seafood hevur tvær framleiðslueindir — eina í Flensburg og eina í Bremerhaven.

• Ætlanin er at framleiða og selja umleið 3,8 milliónir blikk um mánaðin ella íalt umleið 45 mió. blikk um árið.

• Framleiðslu kapasite-turin á verksmiðjuni í Flens-burg er umleið 80 mió. blikk um árið og ætlanin er at økja framleiðsluna til hetta stig yvir tey næstu árini.

• Verksmiðjan í Bremer-haven framleiðir umleið 1.000 tons av Alaska pollok og upsa um árið.

• Í Flensburg arbeiða um-leið 150 fólk og í Bremer-haven umleið 50 fólk.

Makrelflak í tomatsós, ein kendur klassikari;

Bogi Rasmussen, stjóri í Larsen Seafood (niðanfyri);

til høgru Karl Martin Rasmussen, stovnari av

Christian í Grótinum;Kippers í olju (niðast v).

Larsen í stuttumK

AJ

JOE

NS

EN

Page 14: Sjógvur & Fólk — #2

14 15SJÓGVUR & FÓLK — #2

Kaj Joensen

MAKRELkvoturnar eru lækkaðar og prísurin á

rávøruni hækkaður, so tað er vorðið dýrari hjá uppisjóvar-virkjum at fáa fatur á fiskinum. Kortini gongur tað framvegis væl á Tvøroyri hjá Varðin Pe-lagic, sum væntar einar 40 milliónir krónur í yvirskoti í ár, eitt fíggjarligt úrslit sum minnir um tað í fjør.

“Tað hevur gingið væl,” sig ur Bogi Johannesen, sølu-leið ari hjá Varðin Pelagic. “Vit vænt aðu ikki yvirskot tvey tey fyrstu árini men hava kort ini havt eitt avlop øll árini síð ani vit byrjaðu.”

Líka síðani Varðin Pelagic fór undir sítt virksemi í august 2012, hevur virkið árliga framleitt umleið 100.000 tons av sild, makreli, lodnu og svartkjafti. Ikki minst fyri

Tvøroyri og alla Suðuroynna hevur virk ið verið ein sólskynssøga og hevur givið nógv arbeiði og inntøkur til nógvar familjur í oynni. Tann búskaparligi vøkst ur in fyri

virk ið, økið og allar áhuga-part ar hevur verið góður og alt hev ur peikað rættan veg.

SVONG VIRKIRMen sum vitiligt er alt ikki bara ljósareytt. Sambært Boga Johannesen fer virkið ikki long ur at kunna framleiða somu nøgdir sum undanfarin ár. Higartil hevur framleiðsl-an í ár ligið um 60.000 tons og væntandi verður kemur hon upp á eini 75.000 tons við árslok. Undanfarin ár, tá Føroyar onga makrelavtalu høvdu við onnur stranda lond, byrjaðu uppi sjóv ar skipini tíð-liga á árinum upp á fiskiskapin.

“Undanfarin ár byrjaðu

skip ini í longu mai mánað við makrelfiskarínum, men í ár byrjaði hetta ikki fyrr enn aft an á ólavsøku,” sigur Bogi Jo hanne sen.

Kvoturnar eisini minkaðar sam stundis sum eitt uppi-sjóv ar virki er komið afturat í Før oyum, nevniliga Pelagos í

Varðin Pelagic væntar avlophóast vaksandi kapping um fisk

Varðin Pelagic á Tvøroyri fær væntandi eins stórt yvirskot í ár sum í fjør hóast harðnandi kapping um uppisjóvarfiskin orsakað av minkandi kvotum; fyri at fáa meira burturúr verður

farið undir at virðisøkja framleiðsluna av svartkjafti.

Avskiping frá Varðanum Pelagic.

FLEIRI FYRIMUNIR, LÆGRI KOSTNAÐUR

Eldrivnu spølini frá Ibercisa eru at finna umborð á yvir 120 trolarum kring heimin. Spølini hava fingið avbera góð ummæli. Spølini hava minni tørv á orku, og eru harvið bíligari í rakstri og meira umhvørvisvinarlig.

ELDRIVIN SPØLFRÁ IBERCISAKSS ER UMBOÐ FYRI IBERCISA Í FØROYUM

Ynskir tú at hoyra meira um eldrivnu spølini? Set teg í samband við okkum.

KSS ER UMBOÐ FYRI IBERCISA Í FØROYUM, DANMARK, GRØNLANDI, SVØRÍKI, ONGLANDI, SKOTLANDI, ÍRLANDI, ÍSLANDI OG NORRA.

Partur av framleiðslu útgerðini.

Page 15: Sjógvur & Fólk — #2

15SJÓGVUR & FÓLK — #2

Fugla firði. Alt hetta er við til at herða kappingina um fiskin, sum eisini hevur so við sær at rá vøran dýrkar.

“Vit merkja væl at eitt tann saml aða framleiðsluorkan í land inum er vaksin í sein ast-uni við at prísurin fer upp tá aðrir mangla fisk. Vit hava ann ars havt tann politik at vit vilja gjalda betri prís enn hinir. Nú fáa vit at síggja hvussu tað gong ur — eg haldi næstan at virk ir eru farin at kappbjóða.”

Tó hevur uppisjóvarvirkið í Kollafirði eftir øllum at døma ikki verið líka aktivt at bjóða, sum kann hava viðvirkað til at meira av fiski hevur verið land að til Tvøroyri og Fug-lafjørð. Strandalondini ES, Noreg og Føroyar hava bundið seg til at fylgja til mæl in um hjá ICES og lækka tískil makrel-kvoturn ar aftur næsta ár, so mikið at tann føroyska kvot-an minkar úr 156.000 tonsum líka niður í 113.000 tons.

Eisini mælir ICES til at heildar kvotan fyri sild og svart kjaft minkar ávíkavist 35 og 30 prosent.

“Minka kvoturnar sam-svar andi tilmælinum hjá ICES, so verður ógvuliga lít ið í part her,” sigur Bogi Jo hanne sen.

“Um virkini av somu orsøk verða so svong at tey bert fara at hugsa um at yvir liva, so fara avreiðingarprís irnir upp

uttan at virkini fáa nak að avkast men klára akkurát út-

reiðsl urnar. So verður tað sum í Noregi, at tað eru nógv virk ir men so at siga einki av teim-um forvinnur pening.”

VILJA VIRÐISØKJAHóast harðari kapping um

fisk in, so stendur ikki á at slepp a av við hann úti á markn að in um. Ein stórur part ur verður seldur til Russ-land. Varðin Pelagic hevur selt góð 60.000 tons higartil í ár, sum er eini 2.000 tons meir enn samanborið við sama tíð-ar skeið í fjør.

“Vit kundu hugsað okkum at goymt nakað av fiskinum til prísurin hækkar, men tað er hóast alt betri at hava 8 star ar á hondini heldur enn 10 á takinum,” sigur Bogi Johanne sen, sum leggur aftur-at at Varðin Pelagic hevur fing ið nógvar nýggjar kundar

í ár. Fyri at fáa meira burtur úr fiskinum og meiri støð ugt arb eiði, hevur Varðin Pelagic ætlan ir um at virðis økja svartkjaftin. Á ES markn að-in um eru nevniliga ikki somu toll avmarkingar fyri virkaðan svart kjaft sum fyri sild og makrel.

Í hesum høpi hevur felagið keypt landingarmiðstøðina á Tvøroyri, har er ætlanin at fram leiða svartkjaft til matna, upp lýsir Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin Pelagic.

“Ídag verður svartkjaftur mald ur til mjøl,” sigur Bogi Jacob sen, “men fyri at hækka út f lutn ings virðið og skapa meira arbeiði vilja vit heldur virðis økja svartkjaftin.”

Enn er ov tíðliga at siga hvussu framleiðslan fer at verða løgd til rættis. Tað verður sam bært Boga Jacobsen helst greitt um nakrar mánaðir. []

Varðin Pelagic væntar avlophóast vaksandi kapping um fisk M

AR

IA O

LSE

N

Kvotur 2013-2016: Strandarlandaavtalur fyri svartkjaft, sild, makrel2013 2014 2015 2016

Heildarkvota í tonsumSvartkjaftur 643,000 1,200,000 1,260,000 ikki ásett enn — ICES

mælir til 776.391Sild 619,000 418,487 283,013 316,876Makrelur 738,916 1,240,000 1,054,000 895,900Føroyskur partur í tonsumSvartkjaftur 154,614 288,549 302,995 ikki ásett ennSild 105,230 40,000 40,000 ikki ásett ennMakrelur 125,852 156,240 132,814 112,892

Tølini eru frá Fiskimálaráðnum. Viðmerkingar: Heildarkvotan fyri sild í 2013 (619.000 tons) — hetta er sambært strandarlanda semjuni millum ES, Ísland, Noreg og Russland fyri 2013, sum Føroyar ikki vóru partur av. Heildarkvotan fyri sild í 2014 (418.487 tons) — hetta er sambært strandarlanda semjuni millum ES, Ísland, Noreg og Russland fyri 2014, sum Føroyar ikki vóru partur av.

Bogi Johannesen, sølu leið ari, Varðin Pelagic.

SH

UT

TER

STO

CK

Page 16: Sjógvur & Fólk — #2

16 17SJÓGVUR & FÓLK — #2

skal gerast og ikki í sam bandi við fiskivinnu ný skip an ir. Men hann vónar at pol it ik arn ir taka tølini til eftir tekt ar tá tað kemur til av gerð ir um slíkar nýskipanir.

“Tú kanst siga at frá greið-ing in eigur at eggja til eitt ávíst aftur haldni í mun til hvussu radi kal ar ella skjót-ar broyt ing ar tú gert,” segði Her álv ur Joen sen. “Í og við at fiskivinnan fyll ir so nógv,

kunnu ov harð lig ar og skeivar av gerð ir hava sera neg a tiv ar av leið ingar fyri bæði vinn una og samfelagsbú skap in.”

VILJA TAKA LUT Her álvur Joensen heldur eis-ini at onkrar broytingar í f iski vinn uni mugu gerast. Reið ara fel ag ið hevur boðað tí nýggja Landsstýrinum frá at tey fegin vilja geva sítt íkast til hvussu ein fiskivinnunýskipan

kann gerast. Høgni Hoydal, lands stýris maður í fiskivinnu-mál um, hevur boðað frá at ein bólk ur mannaður við fólki úr vinn uni skal geva sítt ískoyti til eina fiskivinnunýskipan. Hes in bólkurin skal vera lið-ug ur við sítt arbeiðið á ólav-søku næsta ár.

“Eg lesi samgonguskjalið so leið is at eingi feløg verða bið in um at velja limir í hand-an bólkin,” segði Herálvur Jo-en sen, “men at fólk blíva vald við støði í teirra persónligu eg-in leikum. Tað stendur eis ini at

bólk urin skal skipa fyri reglu-lig um hoyringum. Eg vænti at vit vera hoyrings part ur hjá arbeiðs bólkinum.”

“Vónandi verður onkur skila góð ur reiðari limur í bólk inum. Tað stendur í sam-gongu skjalinum at bólk urin skal setast saman av fólki við breið um fakligum førleikum og hollum vinnuligum roynd-um. Tað hevði undrað meg um man setti ein arbeiðsbólk við 6-8 fólkum, og ikki onkur reið ari var við. Lim ir í Reið ara-fel agn um lúka øll krøv ini.” []

JFK: ‘Fólkið er framtíðin’

Undirsjóvar myndir frá troling via tráðleyst samband gera JT Electric heimsleiðandi

Búi Tyril

EL-TEKNISKI veitarin til fiski- og alivinnuna, JT

Electric, hevur í heimshøpi lagt seg á odda á einum av sín um kjarnuøkjum, nevni liga und ir-sjóv ar arbeiðskamera fyri trol.

TrawlCamera LIVE, tann nýggjasta útgávan av Trawl-Camera, er sum skilst heims-ins fyrsta fungerandi loysn við tráðleysum sambandi til undirsjóvar kamera í trolum.

Rúni Petersen, søluleiðari á JT Electric, upplýsir at

Trawl Camera LIVE hevur ver ið testað umborð á Magn-us Heina syni um framt Royal Green land t rol a r an um Nataar naq. Produktið varð sýnt fram í oktober á Dan-Fish mess uni í Aalborg, har JT luttók saman við trol- og

neta virkinum Vónini. Tey bæði feløgini hava leingi havt tætt samstarv innan sølu og markn aðarføring.

Fyritøkan á Kambsdali, sum í fleiri ár hevur lagt seg eftir at skapa optiskan undir-sjóv ar útbúnað og tilhoyri fyri sjó vinn una, hevur m.a. ment síni egnu undirsjóvar kamera og ljós sum standard loysnir til fiski- og alivinnuna. Tær kend astu av hesum munu vera Trawl Camera, OceanCamera og OceanLite; umframt opt-iska útgerð hevur felagið eisini ment eina umhvørvisstøð fyri ali brúk sum m.a. loggar temp-er atur og iltinnihald í sjón um.

“Vit byrjaðu við trol kam-er an um í 2005-2006,” segði

Rúni Petersen. “Frá byrjan hev ur skipanin verið ein upp-tøku eind, soleiðis at trolið mátti koma umborð aftur áðr enn tú kundi síggja data. Sein astu tvey árini hava vit so eis ini koyrt við eindum sum kunna senda myndir tráðleyst bein leið is upp á brúnna. Hetta er okkum kunnugt einasta loysn av hesum slagnum á markn aðinum.”

Tað tráðleysa myndatólið sum JT nú bjóðar trolarum ger sum vera man at tað ber til at fylgja við fiskarínum upp á ein nýggj an máta sum gevur fleiri stór ar fyrimunir.

“Nú kann skiparin bein-leið is hava eyguni við trolingin með an hon fer fram,” legði Rúni Petersen afturat. “Hetta ger tað møguligt at taka skjót-ari og betri avgerðir, og hetta kann hava stóra ávirkan á gongd ina í fiskiskapinum.”

JT Electric hevur sambært sølu leiðaran longu selt fleiri Trawl Camera LIVE eindir. []

Kanning: So stóran samfelagstýdning hevur fiskivinnan (s. 3)

Partrolararnir Heykur og Falkur við bryggju í Runavík; Trolbáturin Hansa Maria landar á Toftum (høgrumegin).

TrawlCam toymið hjá JT Electric, undir DanFish 2015, frá vinstru: Magnus Lauritsen, Kári á Torkilsheyggi, Rúni Petersen.

MARIA OLSEN

JT ELE

CTR

IC

Page 17: Sjógvur & Fólk — #2

17SJÓGVUR & FÓLK — #2

Búi Tyril

VIÐ MEIR enn heilari øld síðani stovnan í 1913 —

av klaksvíkinginum Jógv an Frederik Kjølbro — er JFK framvegis at rokna sum ein av landsins leiðandi fiskivinnu fyritøkum og størstu útflyta-rum. Talan er eisini um eina av landsins mest fjøltáttaðu fyritøkum innan fiskivinnuna og virksemið er umfatandi á fleiri økjum: frystitrolarar ið veita m.a. sjófryst toska- og hýsuflak til tann bretska

markn aðin; flakavirkið Kósin, ið við hjálp av partrolarum og línu skipum framleiðir saltað flak úr toski og øðrum botn-fiski umframt fryst flak og portión ir úr upsa og hýsu; og fram komin uppisjóvar skip sum landa feskt umframt at sjó frysta.

Tann samlaði JFK fiski-f lot in er Føroya størsti og tel ur 15 skip íroknað tríggir verk smiðju trolarar; Kósin er størsta flakavirki í landinum.

Virksemið hevur sum heild gingið væl í sein ast uni, upplýsir sølu- og rakstrar leið-arin Jógvan Hansen.

“Fyri søluna vísir tað seg yvir høv ur at gera rættiliga stór an mun við MSC góð-kenn ing um,” sigur Jógvan Han sen. “Slíka góðkenning hava vit ídag fyri botnfiskin í Barents havinum, upsan undir Før oy um, hagreiðingina á Kósini og tað nógva av uppi-sjóvar veiðini. Vit hava í hesum sam bandi serliga merkt eina fram gongd á teimum norður eur opeisku marknaðunum tey sein astu umleið tvey árini.”

Keyparar seta høg krøv til bæði til vørudygd og levering,

og tað merkir sum vera man at fólkið hjá JFK hevur nógv at liva upp til, vísir Jógvan Han-sen á.

“Vit leggja stóran dent á kunda røkt og vørudygd, og tí arbeiða vit eisini miðvíst við at menna allar mannagongdir sum hava týdning fyri vøruna, alt frá veiði og hagreiðing til framleiðslu og flutning. Fólk-ið er teirra dugnaskapur er lykilin til at eydnast við øll um hesum, og tað vilja vit fyrst og fremst leggja dent á. Sjálv andi er ein týðandi partur av hes-um útgerð, maskinur og tól og hvussu vit upp á besta máta gera brúk av teimum møgu-leik un um sum hetta gevur.”

BIRTA UPP UNDIR MENNINGNýliga hevur JFK tikið avgerð um at uppstiga framleiðslu út-gerð á Kósini umframt at geva fiski flotanum eina fríðkan.

“Vit skulu skifta vindeyg-uni á Kós ini og so skulu vit eis ini hava eina tøknifrøðiliga upp stig ing,” sigur Jógvan Han sen. “Vænt andi er hetta

gjøgn um ført í fyrru helvt av 2016.”

“Eitt er effektivisering, og øll skilja at tílíkt kann hava týdning fyri rakst ur og fíggj-ar ligt úrs lit. Men heldur ikki at for gloyma er tað sum hevur við útsjónd og trivn að at gera

— tað kann ávirka virksemið meir enn mong ímynda sær. Um framt Kósina so fara bát­arnir eisini at fáa ein um gang, og vit skulu hava tann svart-hvíta eyðkennis litin á all an flotan.”

JFK er størsta arbeiðspláss í Norðoyggjum, við umleið 600 fólkum á lønarlista — fyri uttan hópin av undir-veit arum — og við so stórum virk semi er greitt at felagið hev ur grundleggjandi sam-fel ags bú skap ar lig an týdn ing fyri Klaksvík og Norðoyggjar.

“Sum størsti arbeiðsgevari í Norð oyggjum vilja vit eisini leggja dent á at gera mun í lokal sam fel agnum og birta upp undir menning á ymiskum økj um. Samfelagið er jú fólkið, og fólkið er framtíðin.” []

JFK: ‘Fólkið er framtíðin’

Størsta arbeiðspláss í Norðoyggjum vil leggja dent á trivnað og lokalsamfelagið; fiskiflotin hjá JFK skal eisini snøggast og hava rættan eyðkennislit, meðan flakavirkið Kósin fær eina uppstiging, ikki minst á tí tøknifrøðiliga økinum.

Frystitrolarin Gadus framleiðir serliga flak av toski og hýsu til fish & chips marknaðin í Bretlandi.

Jógvan Hansen, sølu- og rakstrarleiðari hjá JFK; Kósin (niðast høgrumegin).

Partrolarar landa hýsu og upsa; Frystilínuskipið Klakkur (ovast).

Page 18: Sjógvur & Fólk — #2

18 19SJÓGVUR & FÓLK — #2

Kaj Joensen

MSC-GÓÐKENNING fyri burð ardygga veiði. Betri prís-

ir fyri rávøruna. Lágur oljuprísur, og lág útlánsrenta. Legg alt saman, og for treytinar at reka eitt upsavirki sum Faroe Origin í Runavík við til-hoyr andi trolarum gerast góðar, og eitt hampiligt rakstraravlop spurdist eis ini burturúr í fjør. Harafturat er meiri av svartfugli, nebbasild og æti at síggja — ábendingar um at tíðirn-ar batna í fiskivinnuni.

“Tað eru góð tekin um at onkur positiv broyting er á veg,” sigur Jens Pauli Petersen, stjóri á Faroe Origin.

Í mun til í fjør er nakað meiri av

toski og hýsu landað í ár, og prísurin úti á ES marknaðinum er eisini hægri, tó at fiskiskapurin framvegis ikki er heilt á hædd við tað hann einaferð var. Men fleiri viðurskifti gera at lønsemið er betri nú; til dømis hevur góðkenning av veiðu og hagreiðing sum burðadygg sambært Marine Stewartship Council standardin stóran týðning fyri útflutningin til Týsklands.

MINNI MEN MEIRASeks partrolarar eru knýttir at virk-in um í Runavík, har rávøran verð ur virkað. Jens Pauli Petersen sigur at hó ast ávíst bjartskygni altíð krevst í fiski vinn uni, so má ásannast at fiski-

Origin: Hægri prísir styrkja

Fiskivinnuhavnin 3 | 600 Saltangará | Tel 44 70 15 | [email protected] | portofrunavik.fo

8 . 7 6 0 T Í M A R U M Á R I Ð

krea

. te

l 60

80

80

Batnandi útlit fyri fiskiskapi saman við hækkandi prísum og munandi styrktari støðu á tí týska marknaðinum fyri

feskar og frystar upsavørur tryggja Faroe Origin lønsemi, hóast rávørutilgongdin framvegis er í minna lagi.

MA

RIA

OLS

EN

Page 19: Sjógvur & Fólk — #2

19SJÓGVUR & FÓLK — #2

skap urin eftir upsa ikki er á hædd við í fjør. Jens Pauli Petersen er spent ur uppá hvussu heystið fer at hilnast — seinnu árini hevur fiski-skap urin verið heldur svikaligur sein asta ársfjórðing.

Hagstovan hevur gjørt tølini upp til og við august mánað í ár. Hag tølini vísa at fiskiskapurin eftir hýsu og toski er betri, meðan ein lítil afturgongd upp á 3 prosent er á upsanum. Harafturímóti er kilo-prísurin á upsa vaksin við 17 pro-sent um.

Prísvøksturin merkist hjá Faroe Origin.

“Sjálvandi uppvigar ein so mun-andi prísvøkstur ta minkaðu nøgd-ina,” sigur Jens Pauli Petersen.

“Men tað hevði verið hugaligari um tú fekst betri prís og betri fiskiskap alt um eina leið.”

MANGLA RÁVØRU Í fjør framleiddi virkið 8.500 tons av upsa og í september í ár vóru 6.200 tons farin ígjøgnum. Jens Pauli Pet-er sen dugir tískil ikki at siga um tað fer at eydnast at framleiða eins nógv sum í fjør.

Umframt til Týskland og Frakland útflytir Faroe Origin til Niðurlond, Poland og Kanada.

Tað at Faroe Origin hevur f ingið MSC góðkenning fyri burðardygga veiðu og hagreiðing av allari virðisketuni hevur stóran týdning fyri søluna í Týsklandi, sigur Jens Pauli Petersen. Hann sigur somuleiðis at fiskiskapurin eftir upsa átti at verið eini 20-30 prosent betri. Han heldur ikki, at tað hevði verið trupult at sloppið av við vøruna, og at ein størri nøgd av fiski hevði eisini lætt um raksturin á virkinum.

“Eg ivist onga løtu í at vit høvdu klárað at selt meira um vit høvdu meira,” leggur hann afturat.

“Føroyar eru lítlar í heimshøpi, so um vit høvdu fiskað 20 prosent meira av upsa, hevði tað kanska ikki sæst aftur á samlaða heimsmarknaðinum. Men tað hevur nógv at siga fyri okkum, sum hava skip og framleiða fiskin.”

Í fjør gav virkið eitt yvirskot á 2,7 milliónir krónur, og hóast støddin á upphæddini ikki er serliga stór í virkishøpi, so vísir hon á framgongd; undanfarnu árini hevur raksturin givið undirskot.

“Tað er eitt lítið yvirskot, men tað gongur tann rætta vegin,” staðfestir stjórin.

NÚ EISINI SALTFISKUmframt at framleiða fesk flak og ryggir og frystar portiónir úr upsa, so fæst virkið nú eisini við at fram-leiða saltfisk. Tá Varðin, Framherji, Samherji og Bacalao keyptu virkið í Runavík, fylgdi m.a. eitt saltfiska-virki á Toftum

Origin: Hægri prísir styrkja

Framherji, 530 Fuglafjørður | +298 200700www.framherji.fo | [email protected]

Ein royndur lut takari í

fiskivinnuni.

Framherji er ein nú­tímans, leiðandi føroysk fyritøka við drúgvum royndum í uppi sjóvar­ og botn fiskiskapi, bæði á fjar­leiðum og nærleiðum. Vit eru reiðarí fyri hesi fiskiskip:• Fagra berg • Akraberg• Stapin

Í samstarvi við onnur feløg, gjøgnum Faroe Origin, luttaka vit eisini í upsa­vinnuni við partrolarum og flakavirki í runavík.

harafturat eru vit partur í tí nýggja framkomna uppi­sjóvar virkinum í Fuglafirði, Pelagos.

Nordixis

(Framhald á s. 30)

Jens Pauli Petersen, stjóri;Partrolarar landa í Runavík (niðast v);

Arbeiði við saltfiski á Toftum (niðast h).

Page 20: Sjógvur & Fólk — #2

20 21SJÓGVUR & FÓLK — #2

Kaj Joensen

MEÐAN fíggjarkreppan hevur noytt nógvar fyri tøkur at snara lykilin um ella minka um

virk semið, so hevur gongdin verið tann beint øvugta hjá Vaðhorn. Síðan 2008 er framleiðslan á saltfiska-virk inum hjá Jógvan Gregersen og Jens Martin Knud sen trífaldað og tað sama er umsetingurin, sum er hækkaður úr 50 milliónum upp í 150 mió. krónur.

“Føroyskir framleiðarar av botnfiski eru í heims-flokki,” sigur Jógvan Gregersen, stjóri.

“Eg rokni við at virkið hjá okkum er ímillum trý tey fremstu í heiminum innan hetta øki. Føroyskur saltfiskur er ser stakliga kappingarførur. Vit hava dugað væl at fram leitt og at fingið betri prís enn aðrir.”

KEYPA FESKT OG FRYSTTá Ísland fór á húsagang í 2008 lækkaði prísurin á saltfiski nógv. Fyri at fáa betri fíggjarligt úrslit av gjørdu tey á Vaðhorn at økja um framleiðsluna á

lidn ari vøru, og tað eydnaðist at koma úr 1000 tons-um upp á góð 4000 tons um árið.

Jógvan Gregersen sigur at tey sóu longu í 2006 at ov lítið fór at vera av fiski. Tískil keypti Vaðhorn í 2007 eitt kar at tiðna fisk í, so tey kundu framleiða úr frystari rávøru eisini. Vaðhorn keypti frystan tosk úr Noregi og økti í 2008 um hetta virksemið.

“Umleið 40 prosent av framleiðsluvøruni stava frá fryst ari rávøru,” sigur Jógvan Gregersen. “Í byrjani var alt innflutt úr Noregi, men í dag keypa vit eisini úr Før oyum frá trolarum í Barentshavinum, frá trimum frysti línu skipum og frá øðrum trolarum, sum eisini frysta fiskin umborð. Nøgdin úr Noregi er ikki eins stór sum hon var. Vit keypa heldur úr Føroyum tí tá vit sleppa undan flutningskostnaðinum.”

Besta árið hjá Vaðhorn higartil var í fjør, tá virk ið framleiddi 4.400 tons av lidnari vøru. Jógvan Greg-er sen roknar við at talan verður um eini 3.500 tons í ár.

“Framleiðslan er minkað nakað í ár, men eg vænti ikki at umsetningurin verður minni, tí prísurin er

hækk aður so mikið at umsetningurin fer at liggja um einar 150 mió. kr. aftur í ár,” sigur hann.

ITALSKSKUR VØKSTUR Saltfiskurin sum tey umleið 80 fólkini á Vaðhorn framleiða verður seldur í Suðureuropa. Um sama mundið sum Vaðhorn økti um framleiðsluna kom fíggjarkreppan, sum ikki minst rakti londini í suðu-reuropa meint. Kortini so hevur Vaðhorn staðið seg væl í kappingini at selja fiskin, og serliga í Italia hevur virkið fingið fótin fyri seg og økt um søluna.

Men hóast føroyski saltfiskurin er í heimsflokki og er siðbundin vinna, so verður saltfiskurin ikki seldur av sær sjálvum.

“Vit løgdu eina strategi, tá vit øktu um framleiðsluna,” sigur stjórin.

“Hana hava vit fylgt til fulnar, og hon sær út til at rigga. Tú blívur áhugaverdur hjá teimum stóru innflytarum, tá tú hevur stórar nøgdir og ymiskar vørur.”

“Hinvegin,” leggur hann afturat, “hevur tú bara eitt sindur av onkrari vøru, so selur tú bert til nakrar smáar innflytarar. Tú fært kanska betri prís tá tú selur til smáar innflytarar men

Vaðhorn ‘millum trý tey fremstu í heiminum’

Vaðhorn á Strondum hevur megnað at fleirfalda sína framleiðslu og sølu av saltaðum toska- og brosmuflaki síðani 2008, hóast fíggjarkreppan hevur leikað hart á í teimum suðureuropeisku londunum har marknaðurin er.

VEITARI TIL FISKIÍDNAÐIN SÍÐAN 1972peturlarsen.fo

SØLA OG TÆNASTA VIÐ:· Nýggjum og brúktum maskinum· Umvæling· Eykalutum· Viðlíkahaldi· Ráðgeving

Bakkavegur 8530 Fuglafjørður

Tel 775 [email protected]

NiN

G ·

Tel +

298

215

315

VÆL ÚTGJØRD SMIÐJA:· Alt vanligt smiðjuarbeiði· Størri og krevjandi uppgávur

VÆL ÚTGJØRD GOYMSLA VIÐ:· Rustfríum tilfari· Ketum· Tannhjólum· Legum· Gearmotorum

MA

RIA

OLS

EN

Vaðhorn eigararnir báðir, Jógvan Gregersen stjóri, høgrumegin, og Jens Martin Knudsen.

(Framhald á s. 24)

Page 21: Sjógvur & Fólk — #2

21SJÓGVUR & FÓLK — #2

WWW.BAKKAFROST.COM

HEILSUGÓÐURHÁGÓÐSKU

Føroyskur heilsugóðurhágóðsku laksur

ROYKTUR LAKSURSmoked salmon

HØGT OMEGA 3

Royktur laksur frá Bakkafrostkemur í handlarnar í desember

Page 22: Sjógvur & Fólk — #2

22 23SJÓGVUR & FÓLK — #2

heilsufrøðiligu krøvini hjá Russlandi. Hendan ósemjan fekk Russland á sumri 2013 til at siga at um ikki norð-menn skiltu álvaran, so kundi tað raka alla norsku alivin-nuna. Eitt ár seinni, aftaná at Ukraina kreppan av álvara setti kílar í millum Russland og vesturheimin, blivu norð-menn so útblakaðir heilt av tí russiska marknaðinum. Ikki bara laksurin, men alt sum norskir matvøru framleiðarar higartil hava útflutt til Russ-land er ikki møguligt at senda eysturum.

MUGU HUGSA BREITTNorskir f iskaframleiðarar hava í áratíggjur roynt allar snildir fyri at sleppa at fram-leiða góðskaðar vørur í Noregi og selja tær á ES marknaði-num. Allar royndir eru tó endaðar við somu niðurstøðu,

nevniliga at tað er ikki møgu-ligt at kappast við fyritøkur í ES — tollurin ger tær norsku vørurnar ókappingarførar.

Tá er loysnin at útf lyta feskan fisk til ES, og góðska hann har. Hetta hava fleiri norskar fyritøkur gjørt í nógv ár.

Besta dømi er kanska makrelur í tomat frá Stabbu-ret, ið verður mett sum besta av sínum slag á tí norska marknaðinum, og tað merki sum norðmenn hugsa um tá teir tosa um makrel í tomat. Hann verður framleiddur í Svøríki. Tað loysir seg hjá Stabburet at senda norskan makrel til Svøríki, niðursjóða hann har, og senda hann af-tur til Noregs. Tað verður nevniliga eingin tollur lagdur á virðisøktar fiskavørur sum koma úr ES inn í Noreg.

Løgfrøðingurin Torben

Foss, sum starvaðist í tí nor-ska fiskimálaráðnum tá EBS avtalan varð undirskrivað, segði í eini greining frá 2011 at tann avtalan beinleiðis áse-tir at fiskavørur úr Noregi til ES skulu hava toll um tær eru góðskaðar, meðan eingin tol-lur kemur á hesar um tær hin-vegin skulu úr ES inn í Noreg.

Løgfrøðingurin legði afturat at hetta er norskur politikkur á økinum, at innfluttur fiskur skal ikki tollast. Undir sam-ráðingunum um EBS avtaluna kravdi Noreg at teirra útflutti fiskur ikki skuldi hava nakran toll. Svarið frá ES at fyri at sleppa undan tolli á fisk inn í ES, noyddist Noreg at geva ES kvotur í norskum sjógvi afturfyri. Tað vildi Noreg ikki lata ES, og tí endaði tann samráðingarstøðan við at ES leggur toll á virðisøktar fiska-vørur — tess størri virðisøk-ing, tess hægri tollur.

Hesin ES tollur rakar ser-liga fiskasløg sum laks, sild, makrel og skeljadjór. Hin veg-in er ikki tollur á tosk, hýsu, upsa, svartkalva og kalva. Sum dømi hevur ES sett 20 pst. toll á góðskaðar makrel- og silda vør ur úr Noregi, somu-leið is verða rækjur í laka eis-ini toll að ar við 20 pst., meðan roykt ur laksur hevur ein toll upp á 13 pst.

Torben Foss vísti á at hesin toll ur in hevur gjørt at t.d. er næst an eingin í Noregi sum royk ir laks ídag, og silda vinn-an kundi havt eina nógv størri fram leiðslu á landi í Nor egi, um tollurin ikki var har.

Foss vil vera við at tollurin ger tað sera trupult at virðis-økja ávís fiskasløg í Noregi, og orsøk irnar eru tvinnar: um-framt tollin eru tímalønirnar hægri í Noregi enn í ES lond-un um, og tað ger fram leiðslu-kostn aðin hægri.

VIRKIR Í ESHóast hetta útf lytir Noreg næst an tvífalt so nógvan fisk til ES nú samanborið við 1994. ES hevur brúk fyri fiski, og teirra egni floti klárar bert at bjóða marknaðinum tað sum svarar til minni enn helvtina av tørvinum. Ein fimtipartur av fiskinum sum ES keypir utt an ífrá kemur úr Noregi.

Sambært Norske Sjømat-be drifters Landsforening

Noreg meira heft av… (s. 11)

Innovative Solutions, made in the Faroe Islands

Innovative Solutions, made in the Faroe Islands

Introducing TrawlCamera LIVE

We take great responsibility in building high gradeenvironment-friendly underwater products to reduce

bycatch, increase commercial fishing results and move conventional seafaring to an even higher level.

JT ELECTRICKAMBSDALUR FO-530 FUGLAFJØRÐURFAROE ISLANDS

[email protected]+298 20 44 44

C

M

Y

CM

MY

CY

CMY

K

single page-hi-res-print-2.pdf 1 06/10/2015 11:24:12

Innovative Solutions, made in the Faroe Islands

Innovative Solutions, made in the Faroe Islands

Introducing TrawlCamera LIVE

We take great responsibility in building high gradeenvironment-friendly underwater products to reduce

bycatch, increase commercial fishing results and move conventional seafaring to an even higher level.

JT ELECTRICKAMBSDALUR FO-530 FUGLAFJØRÐURFAROE ISLANDS

[email protected]+298 20 44 44

C

M

Y

CM

MY

CY

CMY

K

single page-hi-res-print-2.pdf 1 06/10/2015 11:24:12

El-tekniskar dygdarloysnir úr Føroyum

TrawlCamera LIVE livandiVit byggja framkomnan og umhvørvisvinarligan

undirvatnsútbúnað — tað veri seg fyri at minka um hjáveiði, betra um úrslit í vinnuligum fiskiskapi ella

“lyfta havbotnin upp á brúnna”.

JT ELECTRICKAMBSDALUR, FO-530 FUgLAFJøRðUR

Innovative Solutions, made in the Faroe Islands

Innovative Solutions, made in the Faroe Islands

Introducing TrawlCamera LIVE

We take great responsibility in building high gradeenvironment-friendly underwater products to reduce

bycatch, increase commercial fishing results and move conventional seafaring to an even higher level.

JT ELECTRICKAMBSDALUR FO-530 FUGLAFJØRÐURFAROE ISLANDS

[email protected]+298 20 44 44

C

M

Y

CM

MY

CY

CMY

K

single page-hi-res-print-2.pdf 1 06/10/2015 11:24:12

TRAWLCAMERA.COM

Innovative Solutions, made in the Faroe Islands

Innovative Solutions, made in the Faroe Islands

Introducing TrawlCamera LIVE

We take great responsibility in building high gradeenvironment-friendly underwater products to reduce

bycatch, increase commercial fishing results and move conventional seafaring to an even higher level.

JT ELECTRICKAMBSDALUR FO-530 FUGLAFJØRÐURFAROE ISLANDS

[email protected]+298 20 44 44

C

M

Y

CM

MY

CY

CMY

K

single page-hi-res-print-2.pdf 1 06/10/2015 11:24:12

[email protected]

Innovative Solutions, made in the Faroe Islands

Innovative Solutions, made in the Faroe Islands

Introducing TrawlCamera LIVE

We take great responsibility in building high gradeenvironment-friendly underwater products to reduce

bycatch, increase commercial fishing results and move conventional seafaring to an even higher level.

JT ELECTRICKAMBSDALUR FO-530 FUGLAFJØRÐURFAROE ISLANDS

[email protected]+298 20 44 44

C

M

Y

CM

MY

CY

CMY

K

single page-hi-res-print-2.pdf 1 06/10/2015 11:24:12

+298 20 44 44

Nógvur norskur alilaksur verður virðisøktur á virkinum Morpol, í Ustka í Pólandi.

20152015

FaroeBusinessreportIN ASSOCIATION WITH VAGAR AIRPORT

T H E I N T E R N AT I O N A L R E V I E W O F FA R O E I S L A N D S I N D U S T R Y A N D T R A D E

www.FaroeBusinessReport.com

Vit hava dekkað føroyskt vinnulív í 10 ár.

www.FaroeBusinessReport.com

JÓG

VAN

HU

GO

GA

RD

AR

Page 23: Sjógvur & Fólk — #2

23SJÓGVUR & FÓLK — #2

okk um møguleika at bjóða slíkar vør ur,” sigur Regin Jacobsen. “Vit mugu sjálv andi áhaldandi meta um hvat tænir Bakkafrost best i mun til hvørja leið vit velja at halda. Vit koma áhaldandi at betra okkara vøru úrval; men ansast má eisini eftir at framleiðslan er effektiv og at ikki ov nógv órógv kemur ísenn. Tí verða broytingar í stóran mun gjørd-ar varisliga og yvir longri tíð, soleiðis at tann góða tilgongdin ikki verður órógv að.”

KAPPINGARFØRIMarknaðaratgongd er ofta tengd at tí politiska veðurlagnum, og brád­liga kann ein verða útihýstur. Í løtuni tykjast allar dyr at standa opnar fyri føroyingum. Sært tú nakrar orsøkir til svart skygni?

“Vit halda okkum til galdandi regl ur og loyvir, og sjálvandi er tað okk ara skylda at ansa eftir at váð-ar eru hóskandi í mun til tað sum nevnd og leiðsla vilja loyva. Markn-aðar atgongd er sera týdn ing ar mik-il fyri Føroyar sum einans út flyta fiska vørur. Tað hevur tí ógvu liga stóran týdning at tann politiski mynd ug leikin áhald andi skapar góð ar vinnuligar karm ar sum eru kapp ing ar førir við teir karmar sum okkara kapp ing ar neytar liva undir. Hetta um fat ar eisini markn að ar at-gongd og handils sátt mál ar. Hó ast vit sum heild hava góða markn að-ar at gongd, so eru fram vegis lond ið leggja toll á før oysk an laks men ikki á laks frá okk ara kappingarneytum.”

Kann tann politiska skipanin gera nakað meir ídag við til dømis at fáa betri avtalur við ES og aðrar markn­aðir?

“Okkara laksur hevur góða at-gongd til ES marknaðin, tó er toll-forð ing fyri royktar vørur. Sjálv andi skulu vit miðja eftir at fáa allar forð-ingar burtur.”

Sum er tykist tað lætt hjá før oy ing­um at selja laksin; men um vit hyggja eitt sindur fram í tiðina, hvørj ar nýggj ar marknaðir kundi tú hugsað tær at fingið atgongd til?

“Yvirhøvur ynskja vit at okkara markn að ar atgongd ikki skal vera verri enn tann hjá okkara kapping-ar neyt um. Serliga tann asiatiski markn aðurin hevur alstóran týdn-ing, og her vil ein handils sáttmáli við Kina standa ógvuliga ovarliga á list anum — serliga av tí at onnur hava betri treytir enn vit.”

Heldur tú at tað eisini í framtíðini fer at vera møguligt at gera lidnar vør­ur í Føroyum?

“Ja heilt avgjørt, men tað hevur al stór an týdning at okkara kapping-ar føri verður varðveitt. Tað eru sum heild smáir marginalar sum gera seg gald andi í framleiðslu av lidnari vøru; men sum partur av virðisketuni hjá ein um vertikalt integreraðum felag gev ur framleiðsla av lidnum vørum av gjørt stóra mein ing. Tí hevur tað al stór an týdn ing at vit framhaldandi menna vinnuna í Føroyum, soleiðis at vinnan kann styrkja sína støðu og fel øg kunnu byggja sterkar eind ir og vaksa vertikalt.” []

P/F Northpelagic · Postboks 329 · Nordhavnin 8FO-726 Ánirnar · Føroyar · Tel. +298 207000Fax: +298 207010 · [email protected] · www.cig.fo

Dygdargódarvørur úrhavinum

verða meir enn 90 pst. av tí fiski sum Nor eg útflytir til Pó land góðskaður og seldur víð ari til aðrar marknaðir í ES. Norges Sjømatråd, ið m.a. hev ur sum uppgávu at gera norskt sjógæti kent í útheiminum, hevur tøl sum vísa at heili 72 pst. av tí norska fiska-út flutn inginum til ES bestendur av fiski sum er rundur og feskur ella heil frystur, klárur til at virðis økja tá hann kemur um ES mark ið.

Býurin Utska í Pólandi man vera ókend ur fyri tey flestu. Og tann ið ein ikki fylgir við í tí europeisku laksa vinnuni veit heldur ikki hvat Morpol er. Morpol var upprunaliga ein pólsk fyritøka, ið Jerzy Malek setti á stovn. Hann bygdi upp Mor-pol fabrikkina í Utska, har fleiri enn 3000 fólk starvast. Tey framleiða í høvuðsheitinum royktan laks, ið verður pakkaður til eina ørgrynnu av ketum og handilshúsum í ES, ser-liga Týsklandi. Í 2012 fóru, sambært IntraFish, umleið 70.000 av nor-skum laksi til virkingar á Morpol.

Ídag er tað tann norski alirisin Marine Harvest sum eigur Morpol, og verksmiðjan í Utska framleiðir

einsamøll 30 ferðir so nógvan royk-tan laks sum norskar fyritøkur út-flyta av hesari vøru, sambært Kyst-magasinet.

Næststørsti keypari av norskum laksi er Frakland, har eini 55.000 tons av laksi verða roykt árliga, 70 pst. av hesum við norskum uppruna.

Men ikki allur norskur fiskur skal ferðast so langt, áðrenn hann verður góðskaður. Stutt sunnan fyri markið millum Noreg og Svøríki hava norskar fyritøkur antin bygt egin virkir, ella keypt upp svens-kar fyritøkur. Her finnast t.d. Le-röy Smögen Seafood; Orkla Foods Sverige, ið framleiðir áðurnevnda makrelin í tomat fyri Stabburet; og Domstein Foods, ein gomul norsk fyri tøka úr Måløy, sum hevur keypt seg upp í Svøríki og m.a. eigur merkið Kalle, kent fyri Kalles ka-viar. Ídag eigur Lofotprodukt úr Lo-foten í Noregi tann svenska partin av Domstein.

Tey norsku góðskingar virkini í Svøríki og Pólandi keypa rávøru óvirk aða úr Noregi, virðisøkja síðani fisk in, og selja vørurnar víðari í høvuðshetitum á ES marknaðinum; nak að verður tó sent aftur til Noregs og selt har sum norsk framleiðsla. []

“Okkara útflutningur hevur…” (s. 10)

Page 24: Sjógvur & Fólk — #2

24 25SJÓGVUR & FÓLK — #2

tað ber ongan fíggjarkostnað, tí nøgdirnar eru so smáar.”

MEIR VIRÐISØKINGJógvan Gregersen meinar at alt ov nógv av føroyskum fiski

fer óvirkaður av landinum, bæði av botnfiski, laksi og uppsjóvarfiski. Hann heldur at eitt avgjald átti at verðið lagt á fisk sum fer óviðgjørdur av landinum fyri at útjavna lønarmunin við láglønarlond. Eisini hevði tað havt við sær at føroyingar

vildu gjørdu meira burtúr at virðisøkja fiskin.

“Vit sóu hvussu tað bleiv tá skipini ikki sluppu at landa makrel í Noregi,” sigur Jógvan Gregersen.

“Tá blivu tvey uppi sjóvar-virkir bygd í Føroyum eftir stuttari tíð.”

Jógvan Gregersen heldur at politikarnir eiga at síggja til at verja ta føroysku fiski-vinn una betur. Hann vísir á at í samgonguskjalinum stend ur at bert føroysk skip við føroyskum manninga-sátt málum kunnu fiska ta før-oysku kvotuna.

“Samstundis kemur fisk-ur in um kaikantin og eingin treyt er um at bert virkir sum hava føroyskar starvssáttmálar kunnu arbeiða ta føroysku kvot una. Tað vil siga at føroysk virk ir skulu kappast við lág-lønar lond um at fáa fatur á tí føroysku kvotuni. Hetta er ikki jøvn kapping, tí tey før oysku virkini kunnu ikki inn f lyta bíliga arbeiðsmegi, og tað ynskja tey heldur ikki; heldur er ynskið at kappingin verð ur javnað við einum gjaldi fyri fisk sum fer óvirkaður av land inum.”

Jógvan Gregersen vísir somu leiðis á at sum støðan er í dag arbeiða undir 30 pro sent av teimum føroysku løn mót-tak ar un um í tilfeingis- og fram leiðslu vinnuni. Fer hetta prosent talið longur nið ur, so klár ar vinnan ikki at breyð-føða 50.000 fólk, metir hann.

“Tí mugu vit leggja størri dent á virðisøking og mat-vøru framleiðslu og á tánn hátt hækka virðið á tí føroyska út-flutn inginum,” sigur stjórin á Vað horn. []

LÍV ger teg tryggari á sjónum

Manningin á Rescue LÍV mælir til, at tú fylgir hesum leisti, um tú kemur í havsneyð:

1. Gev boð gjøgnum VHF rás 16.- Um hetta ikki ber til so ring: 1-1-2 (alarmsentralin)- Eisini ber til at ringja: 35 13 00 (MRCC)- Uppgev altíð eitt fartelefonnummar

2. Lurta á VHF rás 16 og hav fartelefonina tøka- So fáa vit samskift við teg

Jens HansenUmsjónarmaður á Rescue Lív.

LÍV er

høvuðsstuðul

hjá Rescue LÍV

Vaðhorn ‘millum trý tey fremstu í heiminum’ (s. 20)

Bóka tína lýsing til

næstu útgávu í

góðari tíð. Tosa við

Jákup á Lag,

584020.

Page 25: Sjógvur & Fólk — #2

25SJÓGVUR & FÓLK — #2

Kaj Joensen

TAÐ HEVUR ikki stað-ið á hjá uppsjóvarvirk in-

um Pelagos í Fuglafirði at fáa fisk — higartil. Tá septemb-er mánaður varð gjørdur upp, hevði virkið tikið ímóti 30.000 tons um av sild, makrel i, lodnu og svart kjafti teir fyrstu tríggj-ar fjórð ingarnar í ár. Sam bært stjór an, Jóhan Páll Joen sen, vísir uppgerðin at Pelag os hevur tikið ímóti væl meiri av fiski enn tey høvdu vænt-að. Málsetningurin í ár er at

virka 45.000 tons ella meira; men tað er eingin sjálv fylgja at nóg mikið av rávøru verð ur í næsta ár.

“Enn vita vit ikki hvussu tað fer at hildnast,” segði Jóhan Páll Joensen í sam-røðu við Sjógv & Fólk, “men vit vóna at taka ímóti minst 45.000 tonsum í ár.”

Pelagos fekk sína fyrstu last tann 14. august í f jør. Tann innleiðandi tíðin var sum vera man merkt nakað av tillagingum og stillingum; men arbeiðið hevur eydnast væl, og áðrenn langt var frá-lið ið fingu tey framleiðsluna at ganga bæði skjótt og smidliga.

Tilsamans starvast umleið 70 fólk á virkinum.

“Vit eru nøgd við tað fyrsta heila framleiðsluárið,” segði

stjór in. “Tað tøkniliga hevur rigg að, og sjálvt um vit hava havt onkrar avbjóðingar, hevur yvirhøvur alt gingið væl.”

MINKANDI KVOTUREin nýggj avbjóðing verður tó at fáa fatur á nóg mikið av fiski, nú kvoturnar fyri makrel og svartkjaft eru minkandi aft ur. Tað hevur havt við sær størri kapping um fiskin.

“Innkeypsprísurin hevur ver ið nakað hægri í ár enn í fjør,” staðfesti Jóhan Páll Joen-sen.

Alt bendir á at kvoturnar fara at minka enn meira kom-andi ár, og ein spurningurin er so um tað verður nokk av fiski til tey trý stóru uppi sjóvar-virk ini — Fuglafirði, Tvøroyri og Kollafirði.

“Um kvoturnar minka meir a, so er tað sjálvandi ikki

so gott fyri okkum,” segði Jóhan Páll Joensen, uttan at geva eitt ítøkiligt boð uppá júst hvar pínumarkið gongur.

“Sum kvoturnar eru ídag, hava vit grundarlag fyri trimum virkjum av hesum slagnum í Føroyum. Kvoturnar kunnu møguliga minka eitt sindur í mun til hetta, men ikki nógv.”

TRÍGGIR MARKNAÐIRÍ høvuðsheitum verður fisk ur-in frystur heilur, nakað verð ur av høvdað og reinsa fyri inn-vøl. Jóhan Páll Joensen upp-lýsti, at eini 60 til 70 procent av tí sum verður framleitt fer á russiska, egyptiska og niger-ianska marknaðin, meðan restin verður selt ymsastaðni í Europa.

Verður meira gjørt við fisk in, eitt nú at niðursjóða hann, so setur ES høgan toll á. Landsstýrið arbeiðir sum skilst við at fáa ein betri hand ils sáttmála við ES, so at virk að ar úr Føroyum vørur verða und an tiknar verjutoll. Tó tyk ist eingin kunna meta um hvussu leingi ið tann til-gongd in fer at taka.

Sum er hava tey á Pelagos ong ar ítøkiligar ætlanir um at gera meira við at virðisøkja fisk in.

“Vit hava higartil fyrst og fremst fokuserað uppá at fáa fram leiðsluna at rigga,” segði Jóhan Páll Joensen. “Vit hava onk ur hugskot um hvussu vit kunnu virðisøkja ávísar vørur, men eingin ítøkilig ætlan fyri liggur enn. Vit mugu laga okk um eftir teimum treytum sum gera seg galdandi. Eydn-ast tað at fáa eina betri frí-handils avtalu við ES, so laga vit eisini okkum eftir tí.” []

Pelagos í Fuglafirði fekk eina væleydnaða byrjan, framleiðslan kom skjótt upp at koyra, og ein óvæntað góð tilgongd av rávøru í ár hevur styrkt raksturin; nú vónar leiðslan at kvoturnar fyri makrel og svartkjaft ikki minka alt ov nógv.

Pelagos longu vælkoyrandi —men minkandi kvotur kunnu hótta uppisjóvarvirkir

Jóhan Páll Joensen, stjóri.

Christian í Grótinum landar meðan Finnur Fríði bíðar eftir tørni.

Makrelur á transportbondunum, góðskueftirlit .

MA

RIA

OLS

EN

Page 26: Sjógvur & Fólk — #2

26 27SJÓGVUR & FÓLK — #2

Kaj Joensen

TAÐ ER ikki bert laks ur sum verður aldur í Før oy-

um. Uttarlaga í Funningsfirði hevur Ocean Rainforest lagt línuskipanir út við tara. Fel-

agið, sum í fleiri ár hevur gjørt roynd ir við taraaling, fór í fjør undir at útflyta turk aðan og fryst an tara í størri nøgdum, og úrdráttirnir hava fingið góða móttøku.

“Tarin vísti seg at vera

dygdar vøra,” sigur Ólav-ur Gregersen, stjóri í Ocean Rain forest. “Aftur meld ing-arn ar hava verið stak góðar og keyp arn ir siga vøru dygd ina vera framúr í mun til ann-an tara sum verður seld ur í

Europa. Ikki minst av hes um mettu vit at haldgott grundar-lag var fyri at gera íløgur í tara aling.”

BYRJAÐU Í 2007Ocean Rainforest bleiv sett á stovn í 2007. Gilli Trónd hevði eitt hugskot um at fara undir at ala tara á opnum havi. Fyrstu tíðina arbeiddi felagið við at menna ein aliskipan sum kundi brúkast í hav um-hvørv inum við Føroyar, og við at fáa royndarloyvi útvegað. Í 2010 legði felagið sína fyrstu línuskipan út á Funningsfjørð sum eina roynd at kanna um skipanin toldi eitt óslætt hav-um hvørvi við stórum aldum og hørðum streymi.

Tvey ár seinni, í 2012, metti felagið at grundarlag var fyri lívfrøðiligum royndum, og sama árið fekk felagið eina hálva millión krónur í stuðli frá NORA til verkætlanina Macro Biotech. Ólavur Greg-ersen sigur at hetta varð av álvara startskotið til tað virk-semið sum er í dag.

Tey seinastu trý árini hev-ur Ocean Rainforest gjørt ali royndir við ymiskum tara-sløg um. Tær fyrstu línurnar sádd ar við tara vórðu settar út á vári 2013, og fyrsta skurð ur-in var á sumri sama ár.

“Okkara fyrsta ár var merkt av at vit vistu ikki rættiliga hvat vit gjørdu,” sigur Ólavur Greg ersen. “Feilirnir vóru nógv ir men tað sást at tarin vaks heilt væl.”

Ocean Rainforest hildu í fyrst ani at tá tarin var heyst-aður av línunum einaferð, so skuldi sáast av nýggjum. Men tá línurnar vórðu kannaðar í januar 2014, sóu teir at tarin yvirlivdi veturin. Nú er staðfest at sama lína kann heyst ast tvær til tríggjar ferðir um árið.

“Tá fingu vit vissu fyri at hetta var vert at arbeiða víðari við,” sigur Ólavur Gregersen.

“Tí tá tarin kann skerast fleiri ferð ir á somu línu, so fært tú

nógv størri úrtøku í mun til íløg una.”

Og so fór felagið undir veru liga framleiðslu. Meira parta peningur bleiv settur í felagið í fjørð, og fleiri lín-ur vórðu settar út; í ár hava teir heystað 15 tons av tara til út flutnings. Málið er at koma upp á 25 tons við árs-lok. “Ætlanin er at tvífalda fram leiðsl una næsta ár,” legg-ur Ólavur Gregersen afturat.

BRÚKT TIL KRYDDARÍDagliga eru trý fólk knýtt at virk seminum umframt Ólav, men tá tarin verður skorin arbeiða 6-8 fólk á virkjunum. Tarin verður aldur á Funn-ings f irði og haggreiddur í Kald bak, har hann verður frystur og lagdur á goymslu. So skjótt sum tarin er skorin av línuni, skal hann antin turk ast ella frystast. Turk ing-ar parturin taka tey á høvda-virk inum í Leirvík sær av, har næst verður tarin lagdur á goymslu í Kaldbak.

Tarin verður pakkaður í 10 kilo eskir og síðani sendur av landinum, á marknaðin í Europa.

Ocean Rainforest hevur lagt seg eftir útvega tara til matvøru og kosmetikk fram-leið arar. Tarin er nýtiligur til nógv ymiskt — tað veri seg krydd ari ella sum partur av fram leiðslu av pylsum, ostum, anlitskremi v.m.

“Vit miða eftir at vera ein álítandi veitari av dygdar tara sum er aldur á burð ar dygg an hátt í Norður Atlants hav in-um,” sigur Ólavur Greg ersen.

“Framleiðslan má hava eina ávísa stødd, áðrenn vit av álvara kunnu gerast ein rími-liga stórur og støðugur veit-ari hjá teimum størri keyp-aranum sum brúka tara til mat framleiðslu í Europa.”

BIORAFFINERINGUm Ocean Rainforest skal ala tara í størri mun, má felagið menna tann partin av fram-

Ocean Rainforest: Aldur tari kann gerast stór útflutnings vøra

Eftir fleiri ára aliroyndir er Ocean Rainforest við at fáa ferð á útflutningin av taraúrdráttum, og væntandi verða eini 25 tons heystað og útflutt í ár — málið er at ala fleiri túsund tons árliga.

Ólavur Gregersen, stjóri í Ocean Rainforest.

MARIA OLSEN

Page 27: Sjógvur & Fólk — #2

27SJÓGVUR & FÓLK — #2

Rein góðskaúr norðurAtlantshavi

www.cig.fo

Norðhavnin 8 · Postboks 329 · FO-726 Ánirnar · FøroyarTel. +298 20 70 00 · Fax +298 20 70 10T-postur: [email protected] · www.cig.fo

leiðsluni sum knýtir seg at bioraffin-ering (lívfrøðiliga lidnir úrdráttir) — tá ymisk evni verða útvunnin burtur úr taranum.

“Tá er man meiri inni í bio kem-iskum manna gongd um,” vísir Ól av-ur Gregersen á.

“Tí eru vit rættiliga virknir á granskingar- og menn ingarøkinum. Fyrr í ár fingu vit saman við Matis í Íslandi og Hortimare í Noregi fígging frá Nordic Innovation til verkætlanina ‘Macro Value’. Enda-máið er at kanna árs tíðar varitiatión-irnar í tí alda tar anum, tí inni-haldið í taranum er skiftandi, alt eftir árstíðini. Ídag er eingin ið reiðiliga veit at siga hvussu hesar variatiónirnar eru í aldum tara, og serliga tá ið hann verður skorin fleiri ferðir um árið. Tískil hava vit eisini sett í starv ein vinnu-PhD

lesandi, sum serliga fer at arbeða við granskingarpartinum av okkara virksemi.”

Ólavur Gregersen heldur fram: “Har umframt hava vit í ár gjørt íløgur í eina starvsstovu og tara klek-ing ar støð í Kaldbak, og tað ger tað møgu ligt hjá okkum at arbeiða við at optimera alla mannagongdina frá at framleiða tarasáð til lidnar vørur,”

Eitt av evnunum í taranum er alginat, sum verður brúkt í al skins gerandisvørum: matvørum, tann-kremi, øl, sminku o.s.fr.

“Bara at taka alginat er ikki løn-andi hjá okkum, og tí kanna vit hvørji onnur evni kunnu dragast úr tar anum. Ætlanin hevur allatíðina verið at ala í størri nøgdum, og málið er at ala fleiri túsund tons um árið og framleiða ymsar úrdráttir burtur úr hesum.” []

Ocean Rainforest: Aldur tari kann gerast stór útflutnings vøra

Magni Arge, ein av partaeigarunum í Ocean Rainforest, rokast við taralínu á Funningsfirði.

Page 28: Sjógvur & Fólk — #2

28 29SJÓGVUR & FÓLK — #2

Skipanir til fiskivinnuna og aðrar vinnur

Tórshavn: Smyrilsvegur 5, FO-100 Tórshavn, Tel 347 347 Klaksvík: Stangavegur 53, FO-700 Klaksvík, Tel 347 310 [email protected] www.nema.fo

Til stýring av manningum, skipum og krøvum

Til avrokning og lønaravgreiðslu Til innvigan og frystigoymslu

Til tímaskráseting og yvirlit Til starvsfólkarøkt, skeið og útbúgving Til innkeyp, fakturering, bókhald og fíggjarstýring

Hví ikki gera sum hini?Brúka Nema skipanir sum stýringsamboð

Vælkomin til NordikPensjón

www.banknordik.fo/pensjon

Alt, sum tín pensjón eigur at vera

krónur til umsiting

Við Nordik360+ ella Nordik360Premium fara 0 krónur til umsiting.

stað til tíni fíggjar-viðurskifti

Við NordikPensjón fært tú betri yvirlit yvir tíni samlaðu fíggjar viður skifti.

Vit eru ikki líka, og tí eiga okkara pensjónir ikki at vera líka.

pensjónir eru ikki líka

Við NordikPensjón taka vit atlit til, at tú sum brúkari setir krøv til gjøgnum skygni og dygd. Og við NordikPensjón er tað leikandi lætt: Tú fært eitt greitt yvirlit í Netbankanum, har allar upplýsingar eru tøkar. Tú fært eina pensjón, sum tú hevur ávirkan á, og pensjónspakkin verður settur saman eftir tínum ynskjum og lagaður til júst tín tørv.

Vit eru ikki líka, og tí eiga okkara pensjónir ikki at vera líka.

Page 29: Sjógvur & Fólk — #2

29SJÓGVUR & FÓLK — #2

Tí má veiðiliðið eiga skip

Búi Tyril — fiskivinnan.com

FØRT HEVUR verið fram í sein-astuni at vinnuligur fiskiskapur

kann væl og virðiliga virka og mennast víðari í einari skipan har fiskireiðarar ístaðin fyri at eiga skip velja at leiga sær veiðitól, og at hetta hevði verið bús-kaparliga optimalt fyri eitt land sum Føroyar. Víst verður á at tey ið reka fiskiskap harvið sleppa undan íløgum í dýr skip og soleiðis kunnu frígera seg frá tyngjandi rentum og avdrøgum — at fiskiskip ístaðin kunnu leigast eftir tørvi og allur kostnaður av hesum dra-gast frá í rakstrinum sum beinleiðis útreiðslur.

Hetta ljóðar snilt og kann, undir røttum fyritreytum, eisini rigga — í øllum førum í teoriini. Í praksis lýpur tó ketan av so skjótt tankin skal umsetast til fiskivinnuligan veruleika í Føroyum.

Tíðin er ofta ein sera kritiskur táttur tá talan er um fiskarí, og tað óvæntaða kann spæla ein stóran leiklut. Leiting eftir fiski og menning av nýggjum

fiskaríum er altíð við í myndini, ikki minst hjá rokskiparum, sum eru gull verdir fyri eitt og hvørt fiskireiðarí.

Eitt framkomið og stórt fiskiskip er sum ein heimur fyri seg — har er ein ørgrynna av umstøðum sum gera seg galdandi, og er okkurt sum ikki riggar so kann tað hava avleiðingar fyri fiskiskapin ella annað, eitt nú trygdina umborð. Tað er tí sera umráðandi at útgera og innrætta skipið upp á best hugsandi máta til tað fiskarí sum talan er um.

MAKRELURIN SUM DØMITú kanst leiga eitt skip til farmaflut-ning ella aðra bundna uppgávu, men fiskarí? Tað ber til í summum førum í styttri tíðarskeið millum reiðarí sum hava gott sínamillum samstarv fram-manundan og kenna hvønn annan væl; men at finna rætt skip til rætta tíð er ikki sum at siga tað.

“Eg vil siga at tað ger allan munin at eiga skipið,” sigur Mortan Johannesen, reiðari fyri f lakatrolaran Enniberg.

“Tú hevur eitt skip og skalt ikki lata

tað frá tær um stutta tíð, og tú kanst gera alt tað við skipið sum er neyðugt fyri at tað skal kunna vera so effektivt sum møguligt. Tað er so nógv sum má tillagast. Um tú skalt leiga skip, so er tað altíð ein stórur spurningur um tú yvirhøvur fært hóskandi skip til leigu og til tíðina, og um tú fært rætt fólk við.”

Mong er dømini um slíkar støður har tað vísti seg at vera avgerandi at eiga hóskandi skip. Sum herfyri tá stríðið stóð við ES og Noreg um rættin at fiska makrel.

“Tann nógvi makrelurin gav møguleika til nýtt fiskarí,” leggur Mortan Johannesen afturat. “Høvdu vit tá ikki havt tey skipini sum vit

høvdu, so var tað ómøguligt at lofta hesum møguleika. Vit høvdu ikki klárað at fiska so stórar mongdir av makreli upp á stutta tíð og høvdu ikki kunnað staðið ímóti trýstinum frá ES. Men av tí at vit høvdu førleikan og veiðiorkuna kundu vit staðfesta og prógva til fulnar at so nógvur makrelur var inni á føroyskum øki, og vit vóru før fyri at fiska hann og fáa hann til høldar. Skuldu vit tá verið noydd til at leiga skip fyri at sleppa at fiska, høvdu vit neyvan komið nær námindi hesum.”

At politikarar eru farnir at tosa um at vinnan bara kann leiga sær skip, heldur Mortan Johannesen vera órógvandi. “Eg haldi tey ið vilja at fiskivinnan skal bara leiga sær fiskiskip vita ikki hvat tey tosa um. Og hetta er ikki fyrstu ferð at politikarar og onnur ið fáa ilt av at tað gongur væl hjá summum, vilja so gjarna grípa inn. Eg eri bara bangin fyri at tey seta seg ikki ordiliga inn í tingini og kunnu lættliga gera eina vanlukku. Hetta minnir eitt sindur um teir bíligu koltrolararnar sum alt kórið

At eiga hóskandi skip vísir seg ofta at vera avgerandi fyri at kunna staðfesta fiskiríkidømi og vinna veiðirættindi, eisini í millumtjóða samanhangi, sigur Mortan Johannesen, reiðari fyri Enniberg og fyrrverandi skipari.

Nólsoyingar á trolaradekki.

MA

RIA

OLS

EN

(Framhald á s. 37)Flakatrolarin Enniberg.

Page 30: Sjógvur & Fólk — #2

30 31SJÓGVUR & FÓLK — #2

Uppboðssøla av kvotum… (s. 5)

við. Vaðhorn leigaði tað í fyrstu syftu, men grundarlag var ikki fyri at Vaðhorn hevði eitt virk ið á Tof-tum og eitt á Strondum, og tí bleiv leigusáttmálin uppsagdur.

Ístaðin fyri at steingja virkið fór Faroe Origin sjálvt undir at virka salt fisk á Toftum, og líka síðani hev-ur støðugt verið arbeiðið til eini 15 fólk.

“Vit byrjaðu í smáum, tíðliga í ár, tí hetta var ókent øki hjá felagnum,” sig ur Jens Pauli Petersen. “Vit hava ikki koyrt so stórar nøgdir ígjøgnum áð ur, so vit valdu at fara spakuliga ígongd, fyri at nema okkum nakrar førleikar. Um man ger onkran feilin, so er skjótt at brekið er stórt, um tú fert ov harðliga til verka.”

Saltfiskurin — toskur og brosma

— verður seldur til Spania og Italia. Krøv ini eru heldur øðrvísi sam an-bor ið við feskan og frystan fisk. Tað er týðningarmikið at saltfiskurin er væl hagreiddur, og liturin hevur nógv at siga; saltfiskurin skal helst vera so hvítur sum møguligt hvítur fyri at selja væl.

Nú er so eitt royndargrundarlag lagt og eftir er at taka støðu til hvat fram yvir skal henda á virkinum.

“Vit hava framleitt umleið 1.000 tons,” sigur Jens Pauli Petersen.

“Spurn ing ur in er nú, hvussu vit gera í fram tíðini. Skulu vit seta meira ferð á, ella skulu vit halda fram við somu fram leiðslu? Støða verður helst tikið til tað seinni í ár. Eitt sum vit meta er um ráðandi, er at arbeiðið á virk in um er støðugt.” []

Origin: Hægri prísir styrkja (s. 19)

Faktorsvegur 14 | 700 Klaksvík | www.sjonam.fo | [email protected] | +298 665 888 Avgreiðslutíðir: mánag – hósdag kl. 9 – 15 og fríggjadag kl. 8 – 12

Nordixis

dygdargóðar útbúgvingar og skeið á sjónámi

Sjónám er dygdarbesti veitari av:

• Trygdarskeiði

• COX – bátaføraraskeiði

• FRC – skjóttsiglandi bjargingarbátur

• Radioskeiði – GOC, LRC, SRC, ROC

• Skeiði í fyrstuhjálp

• Verndarmaður skipsins (SSO)

• Skeiði í verndaransni (ISPS)

• Skeiði í arbeiðsumhvørvi (§16)

• Skeiði í grundleggjandi eldsløkking

• Veturin 2015/16 byrja hesi skeið:

∙ HUET – Helicopter Underwater Escape Training

∙ BOSC – Basic Offshore Safety Course

∙ Heilsuskeið (sjúkraviðgeri, A-kista)

Hjá Sjónámi er skeiðsluttakarin altíð í miðdeplinum.

Endamálið er ∙ at menna og veita útbúgvingar og skeið á høgum altjóða stigi.

Málsetningurin er∙ at viðskiftafólk okkara eru búgvin at átaka sær uppgávur og skyldur í altjóða vinnu.

Vit bjóða góðar umstøður, nýggj høli og góðar og ágrýtnar lærarar.

Sjónám er dygdarbesti veitari av skipara- og skipsatstøðaraútbúgving.

íkast til lands bú skap in sum gjørligt, men ein upp boðs søla hevði gjørt í kast ið til landsbúskapin mun andi minni enn tað er ídag, og hevði borið í sær vaksandi óvissu og eitt framyvir fall andi bú skaparligt íkast.

FISKIVINNUNÝSKIPANTað eru eyðsæð tvær høvuðs mot iv-atiónir aftan fyri kjakið um at hava bestu fiski vinnu skip an: at økja um inntøkur lands kassans og harvið fáa sum best burturúr, og at røkk a javnari býti av inn tøk um landsins. Tíverri arbeiða báð ar motivatiónir ímóti hvørjum øðr um. Við fullum javnað fáa øll líka nógv í part, men so verð ur lítið og onki at deila. Besta búskaparliga skipanin før ir við sær at meira verður til summi, men hinve-gin fáa øll okkurt burturúr.

Skipanin við nærum full komn-um ognarrætti í fiski vinn uni nevn-ist ITQ (individ ual transferable quot as), sum er galdandi í t.d. Dan-mark og Íslandi. Hendan skip an in hev ur fyrimunir og vans ar við sær. Fyri munirnir eru bú skap ar lig ir og bio log isk ir: ITQ skipanin hevur van liga við sær at kvotur verða eff-ekt ivt fiskaðar, fiski ork an minkar, kostn aðir minka. Sam stund is hækk-ar vøru dygd in og prís irn ir vegna markn að ar før ing og plan legging, sum er bet ur til stað ar undir hesari skip an. Fleiri meina eisini at fiska-stovn arnir verða betur røkt ir og betri fyri, tí fiski menn kenna størri ábyrgd ors ak að av tí høga ognar fakt orin um. ITQ skipanin hev ur eisini havt tað við sær at vinnutólini eru savnað á ov fáum hondum, og hetta kann vera óhepp ið, um vit fáa eina generatión av eigarum sum ikki kenna stór veg-is sam felags sinni. Tí er helst best at hava eina skipan sum varð veit ir tað góða í einari ITQ , eina skipan við sterk um ogn ar rætti, og eina skipan ið sam stundis hevur annað sum upp-

vigar ta mest óhepnu síð una. Bæði nú ver andi skipan og ein skipan við rullandi loyv um hevur hesar fyri-munir.

Tað er alt annað enn skila gott at fara yvir til eina ivasama skip-an sum í veruleikanum ligg ur á experimentalum stigi, og vísir seg at virka í minni enn 0,1% av heims-ins fisk arí um — tað at ein slík skip-an upp fyllir okkurt sum part ar av fólk inum ynskir er snøgt sagt ikki hald gott, um hon sam stund is undir-grev ur bú skap in í fiskivinnuni og sam fel agn um. Tá er betri at leggja seg meira serskilt eftir sjálv um trup-ul leik unum í skip an ini, og eingin ivi er um at mangt kann gerast. Eitt kundi verið at avtikið sokallað skuffu loyv ir. Eitt annað kundi verið at forða fyri sølu av veiðiloyvum sum spekulatión, uttan tó at hindra neyð-ug um sølum av pørt um av kvotum. Har eru nógv ir møguleikar. []

Keldur:Scott, A.D. 1988. Conceptual Origins of Rights Based Fishing. In Neher et al. (eds.) Rights Based Fishing. Kluwer Academic Publishers, Dordrecht. Scott, A.D. 1996. The ITQ as a Property Right: Where it Came From, How it Works and Where it is Going. In B.L. Crowley (ed.) Taking Ownership: Property Rights and Fisheries Management onArnason, R. 1999. Property Rights as a Means of Economic Organization. A paper for the Mini­course on rights­based fisheries management. FishRights 99 Conference — Use of Property Rights in Fisheries Management

Sjónarmiðini eru høvundans egnu. Blaðið kann vera samt ella ikki samt í mun til ymisk sjónarmið.

Page 31: Sjógvur & Fólk — #2

31SJÓGVUR & FÓLK — #2

Búi Tyril

TANN NÝGGJA føroyska aspirantskipanin fyri komandi skiparar og skipsførarar, sum varð sett í

verk í summar, fer væntandi at gera tað meira áhuga-vert fyri fleiri, bæði kvinnur og menn, at nema sær útbúgving sum sjónavigatørur og brúgvoffiserur. Tað sigur Wilhelm E. Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum, sum samstundis letur væl at byrjanini til tað nýggja útbúgvingar modellið.

Tvær upptøkur um árið eru til útbúgvina, og tann fyrsti bólkurin av 12 aspirantum varð flotaður í august.

“Vit tóku 12 næmingar í august og rokna við at taka 12 aftur í januar,” segði Wilhelm E. Petersen við Sjógv & Fólk.

Aspirantskipanin er gjørd eftir donskum modelli, sum gevur góðar møguleikar fyri samskipan mill um føroyskar og danskar skipara- og skipsførara út búgv-ing ar. Talan er um aljtóða viðurkendar útbúgvingar, ið eis-ini gevur atgongd til arbeiði kring heimin.

Munurin millum ta nýggju skipanina og ta fyrru er í stutt um at tann fyrra kravdi longri siglingartíð. Fyri at læra til skipara ella skipsførara krevjast nú 12 mánaðir av spesi-fikk um royndum á sjónum í tøttum samstarvi við skúlan, held ur enn 36 mánaðir av meira generellum royndum á sjón um sum kravdist fyrr. Hetta fer sambært metingar at hava við sær at tað fer at kennast minni møtimikið at fara und ir útbúgvingina, og fer sannlíkt eisini at fáa fleiri kvinn ur at umhugsa møguleikan.

“Aspirantskipanin krevur meira av skúlanum,” við-merkti stjórin. “Hon merkir m.a. at siglingartíðin verður løgd meira neyvt til rættis fyri at tryggja at aspiranturin fær júst tær arbeiðsroyndir á sjónum sum eru beinleiðis rele vant ar fyri útbúgvingina.”

Hann legði afturat: “Hendan skipanin er meira tíðar-hósk andi enn tann gamla — ídag eru fólk ikki sum fyrr til reiðar at brúka so langa tíð á sjónum fyri at kunna taka hes ar útbúgvingar.”

“Hendan moderniseringin fer vónandi at hava við sær at áhugin fyri útbúgvingini verður størri, eisini millum kvinnur.” []

JFK, Kósarbrúgvin 3, Postsmoga 56, FO-710 Klaksvík, Faroe IslandsTel +298 409900, Fax + 298 409901, [email protected], www.jfk.fo

sansir.fo

Siðvenja og royndirskapa góðsku í serflokki

grafi

kmas

ter.fo

Vit umboða Brenderup viðfestis­vognar og kunnu bjóða alskyns vognar – bæði til vinnu og privat

...tín trúgvi fylgisveinur

Eldsløkkjarar Brandávaringar BjargingarBátar

T.d. hava vit vognar... til bátaflutning til hestaflutning til mc-/bilaflutning til maskinflutning

Og vognar... sum eru innilokaðir sum eru opnir sum hava vippulast

Vit hava eisini gummibátar og aðra trygdarútgerð

ISO góðkendur gummibátur til 6 persónar. Hevur m.a. rampu, ið ger tað lættari at koma umborð. Verður latin við neyðpakka við allari neyðugari útgerð.

Mykinesgøta 6 · Postboks 3232 · 110 tórshavntel 354913 · [email protected] · www.gbt.foVænta enn fleiri

føroyskar kapteynar

Wilhelm E. Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum.

Page 32: Sjógvur & Fólk — #2

32 33SJÓGVUR & FÓLK — #2

Búi Tyril & Jógvan H. Gardar

“OKKARA málsetningur er at skipa soleiðis fyri at tað før-

oyska vinnulívið kann njóta gott av teim um vinnuligu møguleikum vit fáa við at hava eina altjóða skipaskrá sum FAS.” Tað sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri fyri Føroysku Altjóða Skipa skránna.

Sambært Hans Johannes snýr FAS seg ikki minst um at skapa nýggj ar vinnumøguleikar í Føroyum

um framt at stuðla upp undir verandi út búgving ar skipan á tí maritima øk-in um. Talan um rættiliga nógvar og ym iskar tænastur ið eru tengdar at sjó vinnu, so sum tekniskt eftirlit og við líkahald, umvælingar, manning-ar tæn asta og ymisk umsiting, um-framt trygging, fíggjar tæn ast ur, løg-frøði lig ar tænastur og annað.

Hans Johannes minnir á at fiskiskip kunnu ikki verða skrásett í FAS. “Tað er jú avmarkað við kvotum til føroyskar fiskireiðarar,” staðfestir hann. “Tí vænti eg at næsta menn-ing ar stig innan føroyska skipavinnu verð ur at gera íløgur í skip innan handils flotan. FAS er upplagt til at skapa sambond við størri reið arí sum

‘Ein fongur fyri samfelagið’

Endamálið við FAS er at leggja lunnar undir handils-skipa vinnu og maritimar tænastur í Føroyum, eitt arbeiði sum greitt er komið væl áleiðis — og týdningurin av hesi vinnu er stórur fakliga og samfelagsbúskaparliga.

MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, fram­leiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM­Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni, serliga í Norra. Um 400 starvsfólk eru í starvi í samtakinum.

Mest.foTel. 301100

[email protected]

Skipasmíð og umvælingarByggihallir og smiðjur við nýmótans útgerð

Eykalutir – kring alt landið!

Størsta eykaluta goymslan í landinum

Framleiðsluútgerð – rustfrítt stálFrá tekniborði til lidna framleiðslu av flakalinjum, transportbondum, kassavendarum, v.m.

3 Sølubúðir og 24 tíma tænasta

Framleiðsluútgerð

UMvælingar

Arbeiðsbáturin Svitzer Gaia, skrásettur í FAS, við virksemi mest í Svøríki men umsiting í Føroyum.

Page 33: Sjógvur & Fólk — #2

33SJÓGVUR & FÓLK — #2

eru komin í FAS úr øðrum lond um og harvið sam starv um íløgur ella tænastur. Reið-ar ar sum hava síni skip í FAS fáa kunnleika til Føroyar og har við hvørji vit eru og hvat før oysk feløg kunnu. Held-ur ikki skulu vit gloyma at hendan skipan gevur møgu-leika hjá teimum sum t.d. skulu hava siglingartíð um-borð á handilsskipum — ein møgu leiki sum ikki hevði ver ið líka nærliggjandi um vit ikki høvdu FAS.”

Tað er eisini misvísandi at tosa um FAS sum eina skatta-skipan ið letur sjómenn sleppa undan at gjalda skatt. Skip-anin virkar nevniliga so leið is at tey ið sigla við FAS-skrá-sett um skipum rinda vanligan løn ar skatt (í løtuni 35 prosent), sum so verður aftur borin til arbeiðs gevaran — hetta fyri at fáa fleiri reiðarí til at skáseta síni handilsskip í FAS.

FAS varð upprunaliga stovn að í 1991, í fyrstu atløgu fyri at hindra at føroysk hand-

ils skip vórðu flaggað út, men varð munandi broytt í 2008 og 2009 fyri at betur kunna kapp ast á altjóða markn að in-um.

Ein fíggjarliga áhugaverd tonn agu skattaskipan varð eis ini innførd í FAS, har reið-aríni rinda ein rættiliga lág an tonnaguskatt. Hetta sam an við afturberingini av løn-arskatti umframt strong um krøvum um dygd, er við til at gera FAS skip an ina kapp-ing ar føra á markn að inum fyri al tjóða skipaskráir.

Eitt annað sum telur upp-eft ir fyri FAS er at Føroyar nú standa á tí sokallaða ‘hvíta list a’ hjá Paris MoU og eru styrk­is mettar sum nr. 26 á altjóða av riks list an um fyri f lagg-stat ir hjá ICS (Int er national Chamber of Shipping).

Føroysk lóggáva er gald-andi umborð á øllum FAS-skrá sett um skipum, og lóg-gáv an er í samsvari við al tjóða konventionir og regul er ing ar, vísir Hans Johann es á Brúgv á.

“Skattafyrimunir fyri reið-arí sum brúka tílíkar skipanir er eitt sera vanligt fyribrygdi í hesari vinnuni, og mong lond kappast á økinum. Møguligar inntøkur liggja ikki so nógv í sjálvari skrásetingini, men heldur í teimum privatu tænastunum sum føroyingar kunnu bjóða skipunum.”

VAKSANDI INNTØKURSjóvinnustýrið tekur í dag tvey gjøld frá teimum sum skráseta skip undir FAS: eitt skrásetingargjald og eitt árs-gjald. Tað fyrsta árið er talan um eina upphædd sum liggur um 100.000 krónur, og síðani kostar tað 25.000 kr. um árið at hava skipið skrásett í FAS. Ídag umfatar FAS skráin um 90 skip, ið árliga gevur umleið 2,25 milliónir kr. í skrásetin-gar- og ársgjaldi.

Harafturat eru beinleiðis inn tøkur til landskassan av partafelagsskatti frá skip um og í øðrum førum av tonnagu-skatti, alt eftir hvussu skipini eru skrásett í FAS.

Eins og fleiri aðrar norður-lendskar altjóða skipaskráir, so sum DIS og NIS, er FAS ein almenn tænasta, ið er lut fals-liga tætt knýtt at tí pol itisku skipanini. Aðrar skipa skráir hava valt ein øðrvísi leist, og virka t.d. sum alment parta-felag, meðan aftur aðrar eru lagdar út til privatar tænastu-veitarar.

Endamálið við FAS snýr seg ikki so nógv um at fáa stór ar beinleiðis inntøkur av skipanini, men hinvegin at skapa meira inntøkur av avleiddum virksemi. Her er tað sum vera man ikki minst upp til tænastuveitarar at liggja framvið og bjóða fram tæn astur sum handilsskip og teirra reiðarí hava tørv á.

“Inntøkumøguleikarnir í Føroyum liggja fyrst og fremst í tí privata vinnuni, hjá teim-um sum hava hugskotini og sum síggja møguleikar í at

bjóða sínar tænastur fram,” sigur Hans Johannes á Brúgv.

Í 2011 vísti ein meting at FAS-avleitt virksemi á landi í Føroyum umsetti fyri hundrað tals milliónir um árið og gav samfelagnum tíggjutals mió. í beinleiðis inntøkum.

“Vit áttu at f ingið eina nýggja meting av tølunum fyri ídag,” leggur Hans Jo hann es aftur at. “Eg tori at siga so mik ið tey eru hægri ídag enn tey vóru í 2011 — vit hava fleiri skip og fleiri tænastu-veit arar nú enn tá.”

‘SPÍRANDI ÍDNAÐUR’Tað er greitt at føroyingar longu eiga fleiri fyritøkur sum bæði bjóða tænastur til reiðarí við skipum skrásettum í FAS, umframt at bjóða seg fram sum tænastuveitarar á altjóða sjóvinnu marknaðinum.

“Vit hava t.d. Shipping.fo og Tor Shipping, sum bjóða seg til at finna manningar til reiðarí og taka sær av tænastum í tí sambandinum,” viðmerkir Hans Johannes á Brúgv.

“Vit hava Skansi Offshore, ið eiga og reka skip og sam-starva við út lendsk veitingar-

fel øg, sum bæði kunnu vera í FAS ella undir øðrum flaggi. Vit hava Thor í Hósvík, sum rekur stórt shipping virksemi og eisini hevur átikið sær umsiting av tí FAS-skrásetta part inum av virkseminum hjá útlendskum reiðaríi. Frakt & Sand er eitt annað dømi um fyritøku sum hevur fingið fótafesti innan al tjóða hand-ils skipa vinnuna. Harafturat hava vit fyritøkur sum MEST og onnur, ið taka sær av

‘Ein fongur fyri samfelagið’

FAS-skrásetta Arnarfell hjá Samskip á veg av Kollafirði.

Hans Johannes á Brúgv, stjóri fyri FAS og Sjóvinnustýrið.

Norröna er framvegis størsta skip í FAS.

Frystifarmaskipið Axel, skrásett í Tórshavn.

MA

RIA

OLS

EN

MA

RIA

OLS

EN

(Framhald á s. 38)

Page 34: Sjógvur & Fólk — #2

34 35SJÓGVUR & FÓLK — #2

Búi Tyril & Jógvan H. Gardar

MONG munu hava varn-ast at handilsskipa vinna

íroknað ymiskt vinnuligt virk-semi knýtt at hesum — also sjóvinna undantikið fisk arí, aling og fiskafram leiðsla — er við at vaksa til eina mun-andi vinnu í Føroyum. Alt bend ir á Føroyska Altjóða Skipaskráin eigur ein leiklut í hesari tilgongd og somuleiðis tann áhugi sum tók seg upp fyri nøkrum árum síðani við-víkj andi møguleikanum fyri ein ari komandi oljuvinnu í Før oyum.

Eini týðandi triði táttur í samanhanginum eru teir før oysku útisiglararnir sum eru vorðn ir alsamt fleiri ser-liga inn an frálands orkuíd-naðin — með an hesir fyrr mest sigldu við farmaskipum og tanga skip um er talan ídag meira eisini um tænastufartoy

í olju- og gassídnaðinum so sum veit ing ar skip av ymsum slag. Vit hava í dag fleiri før-oysk feløg sum eru komin rætti liga langt innan altjóða handils skipa vinnu, har ímill-um reiðaríini Thor og Skansi Off shore sum hava arbeitt upp stórt virksemi innan frálands orkuvinnuna og hvør í sínum lagi bygt sær dýr og nútímans skip burturav til endamálið.

Sum Føroya størsta reiðarí hevur Thor ein flota upp á 16 skip í frálands tænastu um-framt átta fiski skip; av teimum 16 handils skipunum eru fýra nýggj tænastufartoy til seismikk skip — í heims klassa, fyri 150 mió. kr. stykkið.

Flotin hjá Skansi Offshore telur fimm sera framkomin og nýmótans platform supply skip, øll nýliga bygd, fyri ein kostnað sum lá oman fyri 200 mió. fyri hvørt.

Onnur áhugaverd reið arí

eru Smyril Line, sum eigur og rekur stórferjuna Norr-önu, flagg skipið í FAS flot-an um, og sum eisini er partur av sama eigarabygnað sum Skansi Offshore. Eitt ann-að handils reið arí í menning,

sum hevur spesialiserað seg í al tjóða bulkfrakt, er Frakt & Sand, við átta skipum.

Umframt reiðaríini eru fleiri og fleiri feløg sum bjóða tæn astur innan sjóvinnu í breið ari merking — alt frá

trygg ing og fígging til lógar-liga ráðgeving, frá klassing og tekniskari ráðgeving til um væl ingar og veitingar, frá umboðan og passing av rokns-kapi og øðrum lógarfestum viðurskift um til manning-ar tæn astu, lønarflytingur og hvørt av sínum, ella snøgt sagt: allar tænastur sum tørv-ur kann vera á í sambandi við skipa rakstur.

YMISKAR TULKINGARMen tey sum kanska halda at føroysk sjóvinna hevur fingið ein vælútbygdan tænastugeira fara skeiv sambært metingar hjá fleiri ið kenna til altjóða sjó vinnu og tey krøv ið verða sett til kappingarføri á hesum øki.

“Hóast tað kann tykjast sum maritimar tænastur er ein skjótt vaksandi vinna, so er tað ein sannleiki við modi-fik atión um,” sigur Óli Hans

e�o orkar betur...Við størsta partinum av tangagoymslunum í Føroyum, er E�o høvuðs-

veitari av orku til føroysku vinnuna. Somuleiðis tryggja vit orku til

húsarhaldini og stovnar. Kring landið eru 14 av 24 bensinsølustøðum í

okkara kervi.

Skipini bunkra hjá okkum í best útgjørda terminali í Norður-atlantshavi.

Og hvørja ferð eitt �ogfar lyftir seg upp frá vøllinum í Vágum, hevur tað

frammunundan tikið brennievni frá okkum.

Tel 34 35 00 www.e�o.fo

FAS: Reiðarí fáa skattligar fyri munir av góðum grundumFøroyska Altjóða Skipaskráin og ein handilsskipavinna í menning kann fáa ein avgerandi týdning fyri framtíðar vinnumøguleikar og samfelagsbúskap í Føroyum; lítil ivi tykist vera um at inntøkurnar av hesari vinnu eru munandi.

Óli Hans Hammer Olsen, Assistant Director fyri Bahamas Maritime Authority, fyrrverandi stjóri

fyri Skipaeftirlitið við evstu ábyrgd fyri FAS.

MA

RIA

OLS

EN

Page 35: Sjógvur & Fólk — #2

35SJÓGVUR & FÓLK — #2

Hamm er Olsen, fyrrverandi stjóri fyri Skipaeftirlitið (sum nú eitur Sjóvinnustýrið og sum varð ar av FAS umsiting ini).

“Nógv tann størsti vøksturin stav ar frá sølu av arbeiðsmegi, sum eitt nú elektrikarar og aðr ir handverkarar til norsku frá lands vinn una umframt úti-sigl arar við útlendskt skrá sett-um spesial skipum ið útlendsk fel øg eiga og reka.”

“Thor í Hósvík er so eitt fel-ag har snúningsdepilin ligg ur í Føroyum og allar tænastur verða stýrdar úr Føroyum í al tjóða kapping, eisini av út-lendskt skrásettu skipum teir-ra og nýbygningunum, har teir hava valt útlendska skrá set-ing fram um FAS,” sigur Óli Hans, sum ídag er Assistant Director fyri Bahamas Mari-time Authority í London.

Óli Hans heldur at sjó-vinnu tænastugeirin í Før oy-um hevur langt eftir á mál áðr enn hann kann sigast at vera fult kappingarførur. Ein grund leggjandi trupulleiki, sig ur hann, er at vinnuligar tæn astu veitingar verða út førd-ar av tí almenna heldur enn av vinnu fyritøkum í fríari kapp-ing. Her kann FAS tó gerast tann katalysator ið skal til fyri at fáa hesa vinnu uppfrá.

Ymiskar meiningar eru tó um hvar javnvágin millum privat og alment skal liggja tá talan er um FAS.

Á FAS um sit ingini kenna tey einki til hendan trupul-leika, sigur stjórin, Hans Jo-hannes á Brúgv.

“At FAS liggur í kapping við privatar føroyskar tæn-astu veitarar er so ikki nak að sum vit eru kunnað um. Vit fáa hinvegin dagliga at vita frá reiðarum at FAS hevur eitt tænstustig sum er gott og at okkara avgreiðslutíðir eru skjótar. Vit svara so fyris-purningum ið vit móttaka,

uttan mun til um teir koma frá reiðara ella umboðsfólki í Føroyum. Hetta er við til at gera FAS skipanina kap-pingarføra millum reiðarí úti í verðini.”

Tað mundi svíða herfyri, tá tað stóð greitt at teir fýra seinastu nýbygningarnir hjá Thor fóru undir Bahamas flagg aftan á at reiðaríið í Hós-vík og FAS umsitingin ikki kundu semjast um tulkingina av galdandi regluverki.

“Tað stutta av tí langa er at vit eru kanska ikki líka komm ersiell í øllum høpi sum onkrar aðrar altjóða skipa-skrá ir, sum í ávísum førum tulka ella strekkja sama al-tjóða regluverk øðrvísi enn vit,” viðmerkir Hans Johannes á Brúgv.

OV LÍTIL PRIVAT LUTTØKA?Samstundis meinar Óli Hans Hammer Olsen sum heild at tann privata tænastuvinnan hevur ikki nóg góð livilíkindi í Føroyum.

“Lítið og einki er av óhef-tum tænastuveitingum innan shipping í Føroyum sum eru kappingarførar á altjóða pal-linum,” heldur hann.

“Talan er í størstan mun um lógarfest bókhald og lønarflytingar til FAS-skrá-sett skip, meðan tær vitanar-tungu tænasturnar liggja utt-an fyri Føroyar. Hetta kemst eina mest av at føroyskar fyritøkur sum oftast koma í kapping við almennar skatta-fíggj aðar myndugleikar — og ilt er tí ikki at gita hví privatir tænastu veitarar sum oftast verða valdir frá. FAS kundi verið grundarlagið undir menn ing av einari munandi meira kappingarførari vinnu, sum kundi bjóða seg fram á al-tjóða marknaðinum. Útbúgvið fólk við kravdu royndunum finst í Føroyum í ríkiligt mát, men øll skulu hava fíggjarligt grundarlag at mennast á. Til tess krevst at ein ávísur um-setningur verður skaptur til at tryggja fokus á tað ið ein hevur sett sær fyri.”

Óli Hans vil vera við at “yvirregulering innan lóggávu

og tulkingar av altjóða reglum” forðar fyri veruligum vøkstri í FAS.

“FAS veksur sera lítið, hóast tað fíggjarliga kapping-ar førið er í lagi. Hetta kemst ser liga av yvirregulering inn an lóggávu og tulkingar av altjóða reglum. Hetta av-skrekk ir reiðarar og eigarar av út lendsk um skipum. Minni bein leiðis lóggáva, men meira brúk av altjóða reglum til at tryggja dygdina kundi gjørt FAS til eina sera attraktiva skipa skrá. Hetta krevur at nógv meira brúk verður gjørt av tekniskari ráðgeving við støði í teimum møguleik-um sum liggja í altjóða

konventión um og kodum og støðu takan hjá myndug leik-un um út frá tí, umframt lið-ilig heitini sum liggur í hesum arbeiðs hátti. Men sjálvandi, um ráðgeving skal latast upp í hendurnar á privatum, er upp til tann politiska myndug leik-an — tann endaliga støðu-tak an in til hvat ið verður góðtik ið verður so altíð gjørd av teimum almennu myndug-leik unum.”

VARSEMIÍ 2006 legði ein arbeiðsbólkur sum Óli Hans Hammer Ol-sen var formaður fram eitt álit um FAS skipanina og hennara fram tíð. Tað var táverandi

lands stýrismaðurin í fiski- og sjó vinnu málum, Bjørn Kals ø, sum árið fyri hevði setti bólk in at skriva frágreið ing-ina. Talan var um eina rætti-liga neyva gjøgnumgongd av FAS skip an ini og hvørjir møguleik ar bólkurin metti vóru bestir fyri skipanina, um hon skuldi klára seg.

Eitt av punktunum sum reiðarí ini vístu á tá, var at tey ynsktu eina einfaldari skip an, m.a. at FAS bara skuldi hava eitt skrásetingargjald heldur enn trý. Harafturat ynsktu reiðarí ini at tonnaguskatturin skuldi leggj ast á eitt stig sum gjørdi hann meira kappingar-føran.

FAS: Reiðarí fáa skattligar fyri munir av góðum grundum

MARIA OLSEN

Sjóborg, ein av teimum fimm PSV'arunum (platform supply

vessel) hjá Skansi Offshore, við bryggju í Saltangará.

Thor Magni, ein av fýra nýbygningum hjá Thor, spesialgjørdir fyri at tæna seismikk skipum.

SK

IPS

TEK

NIS

K

(Framhald á s. 40)

Page 36: Sjógvur & Fólk — #2

36 37SJÓGVUR & FÓLK — #2

Jógvan Hugo Gardar

ALTJÓÐA samtakið fyri flutnings-arbeiðarar, ITF (International

Transport Workers Federation), hevur ringt eyga á skipa skráum sum koma undir hugtakið hent leika f lagg ella FOC (flag of convenience), sum tað verður nevnt á fakmáli.

Angelica Gjestrum, norsk ur ITF samskipari, sigur at eitt sum eykennir slíkar flaggstatir er at teirra áhugi er lítil og eing in í at seta krøv um at skip undir flagginum fylgja altjóða lógum og konventión um, og als ongan áhuga í at smíða egnar lógir fyri skipa vinnuna at fylgja.

Tað sum annars eisini ofta ser-merk ir eitt hentleikaflagg er at er tað loyvir borgarum úr útlondum at eiga og reka skip undir flagginum umframt at mannigin kann koma úr øðrum lond um; at tað er lætt at skráseta og strika skip úr skrásetingini, og at skatt ur á vinnuvirksemi er sera lágur ella als eingin. Talan er eisini ofta um at flagg staturin ikki hevur brúk fyri skip um til onn ur endamál enn skipa-skránna í sjálvum sær.

Hentleikafløgg hava verið eitt evni í ITF síðani 1933, og í 1948 valdi sam-tak ið ta fyrstu nevndina at arbeiða

ser skilt fyri at steðga útbreiðsluni av hent leika fløggum. Ídag hevur ITF, við høvuðsskrivstovu í London, egin eftir litis fólk í flestu limalondum. Tó eru enn eingi í Føroyum. Eftir lits-fólk ini kunnu fara umborð á øll skip og eftirkanna viðurskiftini umborð, og tey kunnu nokta skipum at sigla um tey finna átaluverd viðurskifti umborð. Skip og reiðarí sum ikki samstarva ella sum nokta hesum eftirlitisfólkum at sleppa umborð, verða svart listað hjá ITF.

Millum tey fyrstu stóru heintleika-fløgg ini taldust Panama og Liberia. Í 1987 fekk Noreg sítt NIS (Norwegian Inter national Ship Register) og árið

eftir kom tann danska DIS (Danish Inter national Ship Register). Okkara FAS kom í 1991 og varð sein ni, í 2008 og 2009, endurs koðað.

Í Noreg hava ITF umboð ført fram, eisini í altjóða ITF høpi, at Merkið hevur í summum førum virkað sum hent leika flagg, hóast at tað ikki kann sigast at vera gald andi fyri øll FAS-skrásett skip. Her vil ITF gera mun á millum øðrumegin reiðarí sum eru føroysk og hava før oysk ar eigarar og manning, og hinu megin útlendsk reiðarí. Um eitt reiðarí hevur føroyska adressu og føroyskar eigarar, so fellur tað soleiðis uttan fyri tulk ing-ina sum heint leika flagg. Tað sama

er galdandi fyri útlendsk reiðarí sum ganga eftir avtalum við tey før oysku manningarfeløgini, og har ein veit hvør sum stend ur aftan fyri reiðaríið. Hóast onkur ivamál hava ver ið um einstøk reiðarí í FAS í so máta, so tykist liggja í kort un um at hesi helst verða tik-in av og blástemplað, við tað at talan eftir øllum at døma er um eitt norð ur-lendskt reið arí sum antin hevur gjørt av tal ur við tey før oysku mann ing ar fel-øg ini, ella har gjøgnumskygni ger tað møgu ligt at eftirkanna hvørj ar treytir mann ingarnar hava. Samlað metir sam takið tó framvegis FAS, saman við 34 øðr um altjóða skipaskráum, sum hent leikaflagg. []

Jógvan Hugo Gardar

HÓAST føroyskir myndugleikar og tey føroysku manningar-

feløgini hava roynt at fáa Merkið av listanum yvir sokallað heintleikafløgg ella FOC (flag of convenience) hjá al-tjóða fakfelags samtakinum ITF (In-ternational Transport Workers Feder-ation), so hevur hetta ikki eydnast enn.

Onkur hevur fyrr róð fram undir at ósakligheitir frá norskari síðu kann eiga lut í tí treku tilgongdini at fáa ITF at strika okkara flagg av hesum ivasama lista — norsk áhugamál hava nevniliga víst seg at hava sterka ávirkan á nevndina í samtakinum.

Sjóvinnustýrið umsitur FAS, og teirra løgfrøðingur Ása T. Djurhuus vísir í samrøð við Sjógv & Fólk á at tað føroyska flaggið kom á hendan listan samstundis sum serliga norsk og svensk fakfeløg óttaðust kapping frá FAS.

“FAS vaks skjótt eitt tíðarskeið, og hetta fekk fleiri í Svøríki og Noregi at óttast fyri at FAS skuldi yvirtaka

Vilja sum skjótast av lista yvir ‘hentleikafløgg’

ITF: Altjóða fakligt samtak í stríði móti 35 skipaskráum

Bingjuskip í góðveðri.SHUTTERSTOCK

Wage tax refund system

                                               

Paris MoU: Faroese Flag Performance 2004-2014

2014

2013

2012

2011

2010

2009

2008

2007

2006

2005

2004

-0.9 -0.68 -0.45 -0.23 0 0.23 0.45 0.68

Calculations as per Paris MoU parameters

Styrkismeting 2004-2014 av FAS sambært Paris MoU, har Merkið síðani 2011 hevur staðið á ‘hvíta lista’.

Skipanin í FAS við afturbering av lønarskatti hjá manningunum til reiðaríini er kend millum reiðarar fyri at vera ‘kassa vinarlig’.

FAS

Page 37: Sjógvur & Fólk — #2

37SJÓGVUR & FÓLK — #2

stórar partar av teirra handilsflota. Nú er vøksturin minkaður, og tey hava ikki orsøk at óttast FAS,” viðmerkir løgfrøðingurin.

“Okkara mál er at koma av FOC listanum, og vit hava gjørt nógv fyri at leggja til rættis soleiðis at ITF hevur neyðugar upplýsingar til at taka Merkið av listanum aftur.”

Føroyingar hava m.a. broytt grein 9 í lógini um FAS. Ein kritikkur av skipanini hevur nevniliga verið at tað ikki er nóg greitt um eitt reiðarí i FAS hevur eitt veruligt atknýti við Føroyar — tað skal vera meir enn ein postadressa í Føroyum.

“Vit hava gjørt tað greiðari at reiðaríini í FAS skulu hava eitt ekta tilknýti við Føroyar,” sigur Ása T. Djurhuus. “Hetta er broytt ídag, og vit síggja eisini at shipping virksemið er økt og at føroyskar fyritøkur taka sær av hesum reiðaríunum sum velja at skráseta seg í FAS.”

Í løtuni liggur málið hjá teimum føroysku manningarfeløgunum, sum uttan iva vilja gera sítt til at ávirka ITF til at strika Føroyar av teirra lista yvir hentleikafløgg. Tað kann neyvan heldur annað enn telja rættan veg at Merkið nú í fleiri ár hevur staðið

á tí sokallaða ‘hvíta listanum’ eftir standardinum Paris Memorandum of Understanding on Port State Control.

“Sjóvinnustýrið hevur lagt nógva orku í hetta mál og kann ídag prógva at tann føroyska lóggávan fylgir øllum altjóða krøvum,” sigur Ása T. Djurhuus.

“Her kann m.a. nevnast at FAS í løtuni liggur

sum nummar 26 á Paris MoU listanum hjá ICS [International Chamber of Shipping]. Málið hjá FAS hevur alla tíðina verið at bjóða fram góðar karmar fyri at menna eina dygdargóða vinnu innan shipping virksemi. Vit hava ídag eina góða og vælvirkandi skipan, og er tað orsøkin til at vit ikki eiga at standa á FOC listanum.” []

Faroe Islands,an accomplIshed seaFarIng natIon

Sigmundargøta 13 . P.O. BOx 1178 . 110-tOrShavn . FarOe iSlandS tel + 298 351 500 . Fax + 298 351 505 . www.FaS.FO

Vilja sum skjótast av lista yvir ‘hentleikafløgg’“FAS átti ongantíð at verið komið á listan hjá ITF yvir hentleikafløgg, tí føroysk lóggáva hevur alla tíðina livað upp til altjóða krøv,” sigur Ása T. Djurhuus, løgfrøðingur á Sjóvinnustýrinum.

Number of ships registered in FAS (1992-2014)

0

23

45

68

90

1992 1994 1996 1998 2000 2002 2004 2006 2008 2010 2012 2014

Talið á FAS-krásettum handilsskipum lá um 12 í 1992 og var í 2014 komið upp á umleið 90.

vildi at vit skuldu hava aftan á kríggið; hetta var jú vitleyst og tað vistu íslendingar, sum sleptu sær av við sínar og keyptu meira modernað skip. Vit fingu ikki meir enn einar tveir-tríggjar av teimum  modernaðu trolarunum og teir fingu eyknevnið  fólkaf lokstrolarar, men teir blivu eitt gullnám.”

DUGA TEIR AT BØTA?Svágur til Mortan Johannesen, Eiler Jacobsen sáli, var tiltikin fiskiklógv. Eitt av fleiri stórum fiskaríum ið hann gjørdist upprunin til síðst í 1960unum, var Norðsjóvar sildin.

“Tá var um at vera liðugt við sildafiskiskapinum norðan fyri Føroyar, men politikarar vóru sera negativir um tað teir kallaðu ‘Norðsjóvar lygnin’ og trúðu ikki upp á Norðsjógvin sum vinnumøguleika fyri føroyingar. Einaferð Eiler silgdi niður til Hirtshals við einari sildalast sær hann á veg heim aftur, ikki  langt norður úr Jyllandi, hvussu alt kókar í sjónum, og steðgar so á fyri at gera eitt kast. Tað vísti seg at yðja í sild og teir fóru so aftur til Hirtshals at landa, og blivu

Tí má veiðiliðið… (s. 29)

(Framhald á s. 45)

Page 38: Sjógvur & Fólk — #2

38 39SJÓGVUR & FÓLK — #2

viðlíkahaldi og ymisk um tekniskum sum krevst um-borð á skipum.”

Nógv pláss er eftir á hesum marknað inum til onnur feløg og hugskotsríkar íverksetarar, und ir strikar Hans Johannes, sum eisini heldur at før oy-ing ar eru komnir væl ávegis í handilsskipavinnuni og at fleiri fyritøkur í hesum høpi hava fingið eyguni upp fyri møgu leik unum úti í stóru verð.

“Hetta er bara byrjanin. Vit eru ein siglandi tjóð, og í tí liggur at vit hava hópin av dugna ligum sjófólki og øðrum við hollum kunnleika um sjóvinnu í breiðum høpi.

Vit vóna og streva eftir at gera FAS til eitt umhvørvi ið gevur vinnumøguleikar fyri tey sum hava áhuga og áræði at fara í gongd við tænastur og harvið vera við til byggja upp henda spírandi shipping ídnaðin í Føroyum.”

ARBEIÐSSKAPANDIHví leggur FAS seg ikki eftir at gera sum onkrar altjóða skipaskráir ið hava skrivstovur fleiri staðni, eitt nú í London og Singapore?

“Tað hevði verið ynskiligt at havt okkara egnu FAS umboðssstovur í øðrum londum eins og Bahamas og aðrir flaggstatir hava,” sigur

Hans Johannes á Brúgv. “FAS hevur ídag við 90 skipum ikki nóg mikið av inntøku til slíka umsiting. Uttanríkis­ og Vinnumálaráðið hevur víst á at vit kunnu gera brúk av verandi sendistovum, og hetta samstarv verður økt í komandi tíðum. Tað er sera konstnaðarmikið at marknaðarføra FAS. Í nógv-um førum krevst persón-ligt kunningararbeiði har vit mugu vitja eitt og eitt reiðarí fyri at kunna leggja fram fyri-munirnar í tí føroysku skipa-skránni. Besta umboð okkara eru verandi skip — reiðarar ið síggja hvat hini gera og harvið av forvitni leita fram FAS fyri síðani at byrja eitt samskifti. Okkara mál er at hava 200 skip í FAS um 3 ár.”

Í frágreiðingini ‘Føroysk arbeiðsmegi uttanlands: Ein fong ur fyri samfelagið’, sum Magni Laksáfoss hevur skrivað fyri Áhugafelagið Antares og Føroya Skipara- og Navigatørfelag, kemur fram at tað føroyska samfelagið hevur stór ar inntøkur av føroyingum sum arbeiða í FAS, DIS og líkn andi skipanum, so sum NIS, NOR, DAS, umframt av teimum sum arbeiða uppi á landi uttanlands, ella sum fiskimenn í Grønlandi og aðrastaðni.

Hans Johannes á Brúgv: “Okkara málsetningur við FAS er at hava eina dygdargóða skipaskrá og at reiðaríini og tey sum sigla við skipunum eru nøgd við ta tænastu tey fáa frá FAS — bæði sjálvari

um sit ingini og okkara saml-aða vinnuliga umhvørvi. Sam stundis skal skipanin vera arbeiðsskapandi fyri før-oysk ar fyritøkur ið bjóða seg fram innan hesa vinnu. Vit eiga nógv fólk, bæði heima og sum sigla ella arbeiða úti, sum kunnu vera við til at byggja upp ein maritiman ídn að við heimstað í Føroyum og veita tænastur til altjóða sjóvinnuna.” []

Búi Tyril

MANNINGAR tænast-an PAM Offshore hjá

skipa smiðjuni MEST stendur seg sambært upplýsingar væl í kappingini um at veita tekn-iska arbeiðskraft til viðlíka-hald og umvælingar av frá-lands boripallum og skipum í Noreg. Sum skilst er hesin markn aður í seinastuni rakt-ur av kreppu í oljuvinnuni, sum er íkomin aftan á mun-andi lækkingar í prísinum á rá olju. Sum eitt úrslit av he-sum eru prísirnar á tænastum til oljuvinnuna í stóran mun kavaðir; kortini hevur PAM Off shore higartil klárað seg væl, upplýsir Mouritz Mohr, stjóri í MEST.

“PAM Offshore hevur fram vegis nógv at gera,” sig-ur stjórin, men skoytir sam-stund is uppí at útlitini fyri frá lands vinnuna eru ikki so bjørt longur sum tey vóru fyri ikki langari tíð síðani.

“Í ár hava vit verið heppin og

havt í miðal 115 elektrikarar, maskin smiðir og sveisarar í arbeiði fyri Westcon, Kværner og Aker í Noregi. Tað vísir seg at vit standa okkum væl í kappingini, hóast tað er greitt at teir samlaðu ordr-arn ir í vinnuni yvirhøvur eru fækkaðir og minkaðir. Út-bjóð arar eru vorðnir meira krevj andi og eru eisini farnir at leita munandi meira eftir møgu leikum at spara. Her má ásannast at í løtuni er olju vinnan í einum torførum tíð ar skeiði, og tað merkist — nógv skip verða løgd og trýstið er stórt at fáa kostnaðarstigið just erað niður. Fleiri vilja meta at hetta er nakað sum mátti henda fyrr ella seinni; alt var blivið so dýrt í hes ari vinn uni.”

Sum skilst eru fleiri fel øg rakt av teimum versnaðu um-støð un um í vinnuni og hava ver ið noydd at snara lykilin um ella lata seg keypa av øðr-um. “Vit uppliva so í løtuni eina kon sol ider ing, og so

mugu vit bara vóna at vinnan kemur fyri seg áðrenn alt ov langa tíð,” sigur Mouritz Mohr.

Stjórin leggur kortini dent á at hann varðveitir eitt ávíst bjart skygni.

“PAM Offshore hevur eftir øllum sólarmerkjum eitt sterkt brand ídag — vit hava eisini drúgvar royndir og hava kunnað víst at vit megna okkara uppgávur. Av-

bjóð ingin nú er so at tillaga seg og vera kappingarfør í einum baldrutum umhvørvi. Hetta eru vit innstillað uppá, og vit hava góðar vónir um framtíðina.” []

- vel heildarfígging frá Norðoya SparikassaArbeiði uttanlands

www.ns.fo

www.ns.fo

Tel. DK: +45 70204750Skype: "Norðoya Sparikassi”

PAM Offshore stendur seg hóast kreppu í oljuvinnuni

‘Ein fongur fyri samfelagið’ (s. 33)

Mouritz Mohr, stjóri í MEST.

MA

RIA

OLS

EN

Page 39: Sjógvur & Fólk — #2

39SJÓGVUR & FÓLK — #2

Jógvan Hugo Gardar

EITT AV reiðaríuum sum hevur longst royndir við

FAS-skrásetum skipum er Frakt & Sand, við heimstað í Runavík. Álvur Højgaard, stjóri, sigur at teirra royndir við FAS eru góðar. Hann vísir á at tær broytingar sum komu í FAS skipanina í 2008 og 2009 gjørdu hana betri at arbeiða við — hóast ein partur var heldur keðiligur, nevni-liga at dekkararnir sita eftir við minni av sínari bruttoløn í mun til fyrr av tí at skatturin hækkaði.

“Vit fáa allar tær tæn ast-

urn ar sum vit hava brúk fyri í dag í Føroyum,” sigur Álv-ur Højgaard. “Vit hava høv-uðs skrivstovu her, og alt av løn um og umsiting verður gjørt í Føroyum. Umsitingin hjá FAS virkar væl og tey eru dugna lig og skjót. Tað sama er við samskiftinum við Sjó-vinnu stýrið og TAKS. So fyri okk ara part er tað ikki so nógv meir vit í dag hava brúk fyri av tæn astum í Føroyum.”

Tey átta skipini sum Frakt & Sand eigur og rekur ídag sigl a øll uttanlands við bulk og aðrari frakt, og tí verður alt við líkahald ikki gjørt í Før oy um.

Umleið 70 sjófólk eru við skip unum hjá reið arí num. Har afturat arbeiða tíggju fólk á landi við umsiting ini av reiðarínum. Sjey av teim-um arbeiða á skrivstovuni í Runavík, og tey trý sum arb eiða uttanlands fáast ser-liga við sáttmálar fyri skipini. Virk semið í reiðarínum bygg-ir fyrst og fremst á langtíðar sátt málar.

“Vit hava yvirhøvur før oy-ing ar í arbeiði,” sigur Álvur Høj gaard. “Onkrir útlending-ar teljast millum okkara fólk, men tilsamans eru meir enn 90 prosent av starvsfólkunum før oyingar.”

Álvur Højgaard leggur aft ur at at aftaná at tað hevur ver ið nokkso friðarligt við fólk um sum hava spurt um arb eiði, er hetta nú broytt síð-an kreppa tók seg upp í olju-vinn uni.

“Nú merkja vit at f leiri ringja og spyrja,” sigur hann.

“Tal an er ikki bara um før oy-ing ar, men eisini m.a. fleiri norð menn hava spurt seg fyri. Og talan er um bæði skiparar, mask in menn og dekkarar.” []

Búi Tyril

EIN LEIÐANDI veitari av tænastum til ta spír-

andi handils skipa vinn una undir tí før oyska f lagg in-um er fyritøkan Shipping.fo, sum umframt mann ing-ar- og skrivstovutænastur eis ini bjóð ar tekniskt eftir lit og viðlíkahald. Síðstnevndu tæn astur er felagið, sum varð stovn að í 2006, nýliga farið und ir at bjóða, í samstarvi við systir felagið MEST. Høvuðs-eigari av bæði skipa smiðju

sam tak inum og Shipping.fo, síðani desember 2013, er fyrr-ver andi fiski reiðaríið Krún-borg, sum annars var ávegis at byggja stórfingið frálands-skip sam an við norð monn-um. Tann ætlanin strand aði tó, og ístað in varð fokus sett á tæn astu veit ingar úr Føroy um, og tess meira orka løgd í at styrkja tey bæði dóttir feløgini í sjó vinnuni.

Stutt aftaná brast fíggjar-ligt ódnarveður á í olju ídn-að in um. Hetta merkist ikki minst í Noregi, har kostn að ar-stigið gjøgnum mong ár hevði otað seg so høgt upp at fleiri

ídag hava trupult við at til laga seg, nú ið táttað verður í úr øl-lum ættum.

Føroyar hava sum heild eitt mun andi lægri kostnaðarstig, hvat ið av álvara er farið at vísa seg sum kapping ar fyri-mun, vátt ar Jónas Sig mars son, stjóri í Shipping.fo.

“Áhugin fyri føroyskum tæn ast um innan tað maritima øk ið er vaksandi,” staðfesti hann í samrøðu við Sjógv & Fólk.

“Vit vóru eitt sindur óhepp-in við einum kunda í fjør har teirra verkætlan bleiv av ong-um, men tíðirnar eru ikki sum tær vóru. Hinvegin fáa vit yvirhøvur fleiri og fleiri fyri spurningar frá reiðaríum í frá lands oljuvinnuni, og eg haldi ein orsøk er at FAS og tað føroyska vinnuumhvørvið eru vorðin meira kend — og part ur av tí er sjálvsagt kapp-ing ar førið. Tænastur eru gjøgnum gang andi ikki líka dýr ar í Føroyum sum t.d. í Nor eg, og samstundis vita mong at føroyingar hava eina natúrliga styrki innan sjó vinnuna, umframt tað at vit gerast alsamt betri inn an tænastuveitingar. Tá ið reið-arí koma undir trýst og noyð-ast at velja ímillum at leggja fleir skip og finna aðrar møgu-leikar at minka um rakstrar-út reiðsl ur, so verður tað meira

nær liggjandi hjá teimum at umhugsa tann føroyska møgu leikan.”

Shipping.fo bjóðar út-lendsk um reiðaríum sum vilja skrá seta handilsskip undir FAS eina fulla loysn við øll-um sum har til hoyrir, frá stovn set ing av felag og veiting av skriv stovu og heimstað, til sýn og klassa eftirlit í sam-bandi við skifti av skipaskrá,

um framt neyðug skjøl og sam skifti við myndugleikar. Eis ini er felagið kent fyri sína tæn astu at útvega manning-ar til skip og alla umsiting í sam an hanginum, írokn að mann ing ar skifti umframt løn ar f lytingar og bók hald. Har afturat kem ur ein long røð av tekn iskum tæn ast um sum fel ag ið kann bjóða í tøttum sam starvi við MEST. []

Frakt & Sand: Fleiri enn fyrr spyrja um arbeiði

Frálands vinna í illveðri vísir vaksandi áhuga fyri tænastum úr Føroyum

Jónas Sigmarsson, stjóri fyri Shipping.fo; FAS-skrásetta frystifarmaskipið Nordkinn (omanfyri).

Jákup Johansen á [email protected]+298 584020 Faroe Atlantic Service

GasAlertMicroClip

• Til nýtslu á sjógvi og landi

Vatntættur (IP 68)

Søla og tænasta

GassmátariO2 Co H2S LEL (ekspl.)

Hav Streym, eitt av átta bulk skipum í flotanum hjá Frakt & Sand.

Page 40: Sjógvur & Fólk — #2

40 41SJÓGVUR & FÓLK — #2

Álitið frá 2006 gjørdist grund ar lag undir einari endur skoð an av FAS, sum hevði við sær at skipanin fekk nýggjan bygnað í 2008-2009 og varð styrkt og gjørd meir smid lig og kappingarfør.

Í 2010 kom eitt nýtt álit frá einum arbeiðsbólki und ir leiðslu av Mariu Róin á Vinnu mála ráðnum, und ir heit in um ‘Sjóvinnupolitikkur’. Meiri lutin av arbeiðs bólkin um var samdur um hetta: “Nú verandi strategi í sambandi við marknaðarføring av FAS er at marknaðarføra eina dygdarskipan til útvald ar kundabólkar. Mælt verður til at hildið verður fram við somu strategi sum hig ar til, tí bert við miðvísari markn að ar før ing gerst skipanin kend úti í heimi.”

Víðari varð sagt at “tað verð ur ikki hildið at vera rætt at noyða tey útlendsku reiðaríini at keypa før-oysk ar vørur og tænastur. Ávís serfrøði og fyri munir eru longu í Føroyum, og tað verður ikki mett at krav um at keypa føroyskar vørur og tænastur fremur eina menn ing av vinnuni innan hetta øki. Uppgávan hjá tí almenna er at skapa góðar karmar fyri vinnuna, so leið is at fortreytirnar fyri at taka kappingina upp á altjóða marknaðinum eru góðar, og ikki at leggja óneyðugar forðingar í vegin fyri vinnuna.”

Soleiðis tykjast føroyskir myndugleikar sera varn ir við at koma við broytingum til ta skipan vit hava ídag — hóast tann spurningur kann setast, um ikki møguligar tillagingar kunnu innførast sum í størri mun høvdu kunnað skapt arbeiði í Føroyum og til føroyskar fyritøkur.

FAS fær sum er inntøkur frá skrá setingar gjøld-um og árligum gjøldum umframt av málibrævi og út skriving og endurnýggjan av manningarskjølum ásett í mun til stødd og aldur á skipum.

Skráseting Føroya fær eisini nakað av inntøku frá stovn ing av partafeløgum, ársgjøldum og fráboðan-um, umframt at TAKS fær inntøkur av partafelags-skatti og tonnaguskatti.

Aðrar inntøkur til tað almenna av verandi skip-an um fata m.a. partafelagsskattir og lønarskattir av av leidd um virksemi.

POLITISKIR SPURNINGARAv tí at FAS skipaskráin verður umsitin av einum al menn um stovni mugu øll gjøld sum skipanin tekur lýsast í kunngerð. Kortini hava tankar verið frammi um at gera tað møguligt fyri FAS skipanina at arbeiða meira óheft av tí regluverki sum stýrir al-mennum stovnum og í størri mun at sjálv avgera t.d. hvat fyri gjøld ið skulu krevjast fyri hvørjar tænastur

— nakað sum kann gera tað skjótari at tillaga seg í al tjóða kapping.

Hvussu er og ikki, ídag má tílíkt gerast polit-iskt, og tað inniber tíðarkrevjandi og stundum stirvn ar gongdir við innbygdum váða fyri polit-isk um snávisteinum. Skipanir sum FAS kappast við hava fingið slík uppgávur loystar frá tí pol it-iska myndugleikanum, og kunnu t.d. broyta skrá-setingar gjøld um og tá tey meta at tørvur er á tí út frá handils ligum metingum.

“Eitt er at lurta eftir ynskjum frá marknaðinum, men tað má altíð vigast upp ímóti teimum krøvum vit sjálv vilja seta,” viðmerkti Óli Hans Hammer Olsen.

“Øll vilja hava bæði eitt og annað ókeypis, um tey uppliva at tað stendur teimum í boði. Har vildi eg mett at fleiri krøv kundu verðið sett sum verja før oyskar fyritøkur og føroysk arbeiðspláss — tað er einki forgjørt í at seta krøv t.d. um at ávíst eftirlits-arbeiði skal fyrst bjóðast út í Føroyum. Flest øll lond hava ymiskar skipanir sum verja egnan heima ídnað um vegis ymisk krøv og reguleringar. Eisini vildi eg sagt at afturberingin av lønarskatti í FAS kundi ver-ið t.d. 95 ella 98 pst. ístaðin fyri sum nú 100 pst., ið

er eitt vet ov gávumilt. Tað vilja øll reiðarí við virð ing fyri sær sjálvum uttan iva eisini góðkenna — umsit-ing av altjóða skipaskrá kostar jú eisini eitt sind ur. Í stuttum skuldi FAS verðið gjørt nógv meira óheft av tí politisku skipanini. So hevði skráin kunn að kappast meira aktivt á altjóða marknaðinum um-framt at givið meira í beinleiðis og óbeinleiðis inn-tøk um.”

Hans Johannes á Brúgv vil ikki gera beinleiðis viðmerkingar til hetta. “Eitt og annað er við skip an-ini sum ymiskar meiningar eru um,” segði hann, og skoytti uppí: “Sum almennur stjóri er tað mín upp-gáva fyrst og fremst at umsita hendan stovnin undir gald andi fyritreytum, eisini politiskum fyritreytum. Menn ing in av FAS er sum heild ikki nakað sum

hendir frá ein um degi til annan; har eru tilgongdir sum taka tíð. Í mínari støðu kann eg ikki bara uttan víð ari kasta meg út í alment kjak um spurningar sum pol it iskt kanska eru viðhvamir ella ógreið ir. Men so mikið er greitt at við FAS hava vit í Føroyum fatur á nøkrum sum kann gerast, og longu er, sera áhuga-vert.” []

Umboð fyri Flygt í Føroyum

- Lensipumpur- Spillvatnspumpur- Cirkulatiónspumpur- Eykalutir- Umvælingar/verkstaður

tel. 351220 - fax. 351230 - www.lm.fo - [email protected]

FAS: Reiðarí fáa skattligar fyrimunir av góðum grundum (s. 35)

Kunningar- og kjakblað um fisk og sjóvinnu.

Page 41: Sjógvur & Fólk — #2

41SJÓGVUR & FÓLK — #2

Búi Tyril — fiskivinnan.com

“ALLUR FISKUR sum verður veiddur av før-oysk um kvotum má og skal víðariframleiðast í

Før oy um,” segði Føroya Ráfiskakeyparafelag herfyri. “Hetta er avgerandi treytin fyri at føroyska fiski-vinn an kann kappast við aðrar,” stóð víðari at lesa í almenn um skrivi frá felagnum.

Ráfiskakeyparafelagið vísti á at meðan fiski-reiðarar hava kvotur og fiskidagar hava virkini á landi onga rávørutrygd. Hinvegin, sum fiskireiðarar vísa á, eru ongar lógarligar avmarkingar fyri hvørjar nøgdir virkini kunnu framleiða.

Men eitt av argumentunum aftan fyri skrivið frá fiskavirkjunum á landi er kanska ikki so væl kent sum tað átti at verið, nevniliga: Ein meira greitt defineraður føroyskur samleiki í fiskahøpi hevði kunnað verið við til at styrkt kappingarførið hjá tí føroysku fiskivinnuni sum heild og hevði kunnað hækkað virðið á vørum við føroyskum uppruna.

Sum Jógvan Gregersen, formaður í Ráfiska keyp-ara felagnum og stjóri á saltfiskavirkinum Vaðhorn á Strond um, sigur í samrøðu við bloggin Fiskivinnan:

“Før oyskur fiskur átti at havt eitt serstakt føroyskt spjald ur, og sjálvandi eigur fiskivinnan á sjógvi og landi at kunna samstarva um hetta. Føroyskur fiskur eigur ikki at enda sum rávøra í láglønarframleiðslu

— hann er dýrt veiddur og dýrt virkaður. Í mun til eftirspurningin á heimsmarknaðinum eru tey umleið 500.000 tonsini sum føroyingar fiska nóg lítið til at kunna virðisøkjast munandi. Men sum er verður alt ov nógv av hesum útflutt óvirkað, og tað er óheppið tí har við fáa vinnan og samfelagið ikki optimalt burtur úr tilfeinginum.”

Regin Mikkelsen, stjóri í Rainbow Seafood og næst formaður í Ráfiskakeyparafelagnum, tekur und ir við tí sum formaðurin í felagnum sigur, og legg ur afturat: “Eins og nú í stóran mun er eydnast fyri føroyskan alilaks, áttu vit tá tað kemur til vøru frá føroyskari fiskiveiði eisini at bygt upp serligar markn aðir ið eru til reiðar at gjalda eyka fyri júst før oyskan fisk. Alt hetta krevur sjálvandi at vinnan setur seg niður av álvara og leggur eina veruliga ætl-an, og tað eigur avgjørt ikki at vera ómøguligt.”

Fleiri av fortreytunum fyri at menna slíkar markn aðir eru longu til staðar: tað ríka og lutfalsliga ódálkaða føroyska havumhvørvið og tann geograf-iska staðsetingin mitt í Norður Atlantshavi, tann sterka føroyska traditiónin innan fiskivinnu og tað at hendan vinnan er tøkniliga framkomin.

Avbjóðingarnar eru tó ikki at undirmeta.

“Hetta snýr seg sjálvandi eisini um ta kapping sum vit hava um ráfiskin, og har má tað vera eitt krav at allur fiskur sum er veiddur við føroyskum rættindum skal fyrst upp á land í Føroyum,” sigur Regin Mikkelsen. “Síðani verður tað sjálvandi ymiskt umsitingarligt at taka atlit til og har mugu

so semjur kunna finnast. Tað sær eisini út til at poli-tikarar eru samdir um hetta sum eitt krav ella mál-setning, men so koma undantøkini inni í myndina og hvussu nógv og hvussu umfatandi skulu tey vera? Fyrst mugu vit so staðfesta at fyri at fáa hægri virði í fiskin so er neyðugt at hugsa um føroyskan uppruna

Vónin // Bakkavegur 22 // P.O.Box 19 // FO-530 Fuglafjørður // Føroyar // Tel +298 474 200 // [email protected] // vonin.com

Capto er ein nýggjur nettráður til flótitrol sum Vónin hevur ment. Capto er sera slitsterkt og stívt, og er tí lætt at handfara og hevur samstundist eisini eina langa livitíð. Set teg í samband við okkum fyri at hoyra meira.

Capto– rættiliga fangandi

Tíðin kann vera komin til felags stev á sjógvi og landiSeljarar og keyparar av ráfiski eru samdir um at tilfeingisgjald eigur ikki at verða tikið við kassa eitt — og hóast sera ymisk áhugamál í avreiðingarprísum kundu vinnan á sjógvi og landi drigið felags línu tá talan er um fiskaútflutning.

Landing av feskari hýsu á Toftum.

Page 42: Sjógvur & Fólk — #2

42 43SJÓGVUR & FÓLK — #2

SjálvuppgávuLønFrítíðarlønEftirløn

Ognirnar hjá tær Rentustuðul FerðastuðulSkattauppgerðir... heilt aftur til 1984

www.borgaragluggin.fo

TAKS hevur gjørt Borgaragluggan til allar føroyingar. Á Borgaraglugganum kanst tú fáa innlit í og viðgera tíni viðurskifti við TAKS. Tú sært allar tínar upplýsingar so sum: sa

nsir.fo

Borgaragluggin.fo- allar tínar upplýsingar við hondina

Page 43: Sjógvur & Fólk — #2

43SJÓGVUR & FÓLK — #2

sum nak að exklusivt heldur enn rávøra fyri nøkur risastór merkir sum vísa seg at vera heimsmeistarar í at trýsta sínar innkeypsprísir niður ígjøgnum.”

LÍTIL MARKNAÐUR Bæði Jógvan Gregersen og Regin Mikkelsen taka undir við at tilfeingis-gjald á veiddan fisk eigur ikki at verða tikið longu í fyrsta liði í virðisketuni

— hetta vil minka um virknan kapital og avmarka førleikan hjá vinnuni at skapa meirvirði og arbeiðspláss. Hin-vegin eru teir inni á at eitt gjald kundi verðið lagt á fisk sum verður avreiddur uttanlands og á fisk sum fer óvirkaður av landinum.

“Heldur enn at leggja tilfeingis-gjald á vinnuna áðrenn nakrir pengar eru slopnir at virka, kundu vit brúkt eitt slíkt gjald sum stýriamboð,” sigur Jógv an Gregersen. “Vit kundu upp á tann mátan fingið lagt vinnuna meira til rættis eftir tí sum er strategiskt, so-leiðis at vit kunnu fáa hægst møguliga virði burtur úr føroyskum fiski við hjálp av virðisøking og einum týði-ligum føroyskum identiteti.”

Millum reiðarar og fiskimenn er tónin merktur av varsemi í mun til spurningin um at tvinga alla veiði umvegis føroyskar hendur, av ótta fyri vánaligum avreiðingarprísum. Hesin óttin kann uttan iva kennast yvirdrivin í summum førum men hinvegin kann hann sum heild neyvan sigast at vera heilt ógrundaður.

“Marknaðurin er bara for lítil í Før-oy um,” sigur ein fiskireiðari sum ikki ynskir at leggja navn til. “Sjálvandi er ynski ligt at føroyskur fiskur í størst møgu ligan mun verður av reidd ur her; tó eiga vit at ansa eftir at vit ikki koma í eina ov fastlæsta støðu. Tann avmarkaði dynamikkur sum vit hó ast alt hava á marknaðinum ídag kann hvørva heilt um vit seta tilfeingis-gjald eftir hvar fiskurin verður seldur. Tað verður ein enn størri avskeplan av marknað inum og har verður einki pláss fyri nøkrum valmøguleikum, serliga í teimum førum tá virkini í Føroyum hava ov mikið av fiski og ikki kunnu bjóða nøktandi prís, uttan mun til góðskuna á fiskinum. Hvat er tá at gera, annað enn at avreiða fyri undirprís — um ikki hin møguleikin er til staðar, nevniliga at bjóða øðrum fiskin?”

‘MÁ GERAST VIÐ SKILI’ Søluvirðið á feskum fiski í Føroyum sving ar, og at gagnnýta hetta fyri at fáa frægasta prís er nakað sum tað føroyska veiðiliðið altíð hevur gingið høgt uppí.

Hetta er kanska ein natúrligur skiln aður millum áhugamálini hjá teimum ið avreiða og teimum ið keypa ráfiskin. Hinvegin átti einki at verið til hindurs fyri at partarnir seta seg saman og finna fram til eina felags støðu til spurningar sum knýta seg at yvirskip-aðum málsetningum — og tað inniber eisini at skilmarka júst hvørjir teir mál-setningarnir skulu vera fyri ta føroysku fiskivinnuna. Har verður ein semja um at fáa hægst møguligt virði burtur úr

tilfeinginum sostatt ein grundarsteinur. Jógvan Gregersen heldur tó ikki at fiski monnum og reiðarum nýtist at ótt ast lágar prísir: “Makrelurin bleiv tving aður upp á land í Føroyum, síðani komu tvey nýggj virkir innan sera stutta tíð. So eg haldi ikki at veiðiliðið skal bera bangheit fyri prísdumping í Før oyum. Um útlendingar hava bílig­ari arbeiðsútreiðslur kunnu teir bara bjóða ein hægri prís enn teir føroysku framleiðarnir og tann vegin dekka eitt føroyskt útflutningsgjald.”

Meira skal helst til fyri at sannføra allar partar um hvat ið skal gerast og ikki fyri at styrkja útflutningin, men

okkurt bendir á at partarnir eru ikki so langt frá hvørjum øðrum kortini.

Spurningurin um hvørja støðu fiskivinnan hevur til tilfeingis gjald er eisini eitt dømi um tørvin á at sam an sjóða sjónarmið til felags kós. Yvirhøvur tykist fiskivinnan taka un-dir við einum slíkum gjaldi, so leingi tað verður uppfatað sum rímiligt. At gera sum hevur verið gjørt í seinastuni, nevniliga leggja eitt rættiliga høgt, meir ella minni tilvildarligt, avgjald á bara makrel og sild longu í fyrsta liði í virðisketuni, hevur fingið lemjandi at finningar frá fleiri síðum í vinnuni bæði á sjógvi og landi. Hetta kom m.a.

fram í blaðnum Sjógvur & Fólk fyri ein um ári síðani.

“Vit mugu viðurkenna at okkara virk semi hevur við sær ávísar kostnaðir fyri landið,” viðmerkir reiðarin. “Her er talan um rakstur og íløgur í sam-bandi við Havstovuna og Fiskiveiði-eftir litið umframt útreiðslur av fiski-vinnu samráð ingum. Alt hetta átti fiski vinn an at goldið fyri, og tað kundi verð ið gjørt umvegis eitt tilfeingis gjald sum fór í ein grunn harav ein ávísur prosent partur so varð settur av á hvørj-um ári til slíkar kostnaðir. Eg trúgvi neyv an nak ar hevði mótmælt um hetta varð gjørt við skili.” []

Tú ringirvit heinta

Telefon 41 42 43

IRF · Telefax: 41 42 44 · FO-520 Leirvík · [email protected]

Gev spilloljuni virði

Page 44: Sjógvur & Fólk — #2

44 45SJÓGVUR & FÓLK — #2

Søla | tænaSta | ráðgeving

Til skip & báTar, offshore, marine v.m.

P r o f e s s i o n a l

ELDING VinnuveitanHoyvíksvegur 65FO-100 Tórshavn

Mads Andreas Winther: [email protected] Beinl. tel. 529000

www.elding.fo

Marine

Vaskimaskinur Turkitrumlur Uppvaskimaskinur Komfýrar Ovnar Mikroovnar

Eplaskrellarar Køli- & frystiskáp Páleggsmaskinur Kaffimaskinur Kølidiskar Stálborð

Blendarar Ísmaskinur Vakumpakkimaskinur Rørimaskinur Medisinskáp

Góðkent verkstað

Míele í FøroyuM

Døgntænasta

20 90 00

nýggja gallu ella nýtt vaskarí? Vit gera projekteringar eftir nærri avtalu

Page 45: Sjógvur & Fólk — #2

45SJÓGVUR & FÓLK — #2

Smyr er smør, sum er lætt at smyrja - beint úr køliskápinum. Royn tað upp á breyð, til bakstur og aðra matgerð.

FBR fylgir vinnulívinum aftur í 2016.

www.FaroeBusinessReport.com

so við í eina tíð har og gjørdu fleiri roktúrar. Skjótt komu onnur skip eisini at fiska har um somu leið, bæði føroyingar og aðrar tjóðir. Og hetta bleiv bjargingin fyri fleiri í Føroyum.”

Um sínar drúgvu royndir við Enniberg, bæði sum skipari og reiðari, leggur Mortan dent á týdningin av at hava gott og væl vant fólk umframt eitt skip í góðum standi í allar mátar.

“Einki skip hevur júst ta útgerð og ta manning sum krevst til akkurát hetta sum vit gera. Tílíkt tekur tíð at byggja upp. Onkur av manningini hevur verið við so leingi sum í 48 ár, og tað er sjálvandi meira enn vanligt. Men arbeiðið umborð er heilt serligt, tað er ikki bara standard rutinur. Tí er tað so avgerandi við góðum fólki — fólk sum duga sítt arbeiði og eru til at líta á. Tað ræður um at ikki noyðast at bróta túr av tí okkurt ikki virkar sum tað skal ella manglar; so tú mást hava allar neyðugar eykalutir við. Tá tú skræðir eitt trol, hvussu nógvir duga at bøta? Munurin millum at skula brúka eina eina løtu og at skula leggja ein heilan dag niður til tílíkt, mitt í fiskiskapi, kann vera avgerandi fyri raksturin.” []

Tí má veiði-liðið… (s. 37)

Page 46: Sjógvur & Fólk — #2

46 47SJÓGVUR & FÓLK — #2

Vinnuháskúlin . Boks 104 . 110 TórshavnTel 350 250 . [email protected] . www.vh.fo

Skeiðini eru sambært STCW-sáttmálanum. Koturnar til skeiðini finnast á heimasíðu skúlans.

Skeið á Vinnuháskúlanum

BRM skeið ERM skeið Ship Handling Skeið í heilsulæru ARPA skeið ECDIS skeið

Tecdis skeið SSO skeið § 16 skeið ISPS skeið Endurnýggjan av vinnubrøvum Tankers Safety skeið

Flutningur av vandamiklum farmi Ketilpassaraskeið GMDSS skeið LRC skeið

VINNUHÁSKÚLIN

Eldsløkking umborð á skipi Endurtøkuskeið eldsløkking u.s. Sløkkileiðsla umborð á skipi

Eldsløkking fyri skipsyvirmenn Endurtøka IMO 80 Trygdarskeið grundleggjandi

Trygdarskeið fult Bátaføraraskeið Medisinsk fyrstahjálp

TRYGDARDEPILIN VIÐ ÁIR

BRM skeið ERM skeið Ship HandlingSkeið í heilsulæruARPA skeiðECDIS skeiðTECDIS skeið

SSO skeið§16 skeiðISPS skeiðEndurnýggjan av vinnubrøvumTankers Safety skeiðFlutningur av vandamiklum farmiKetilpassaraskeið

GMDSS skeiðLRC skeiðDB Basic skeiðDP Advances skeiðHáspenningsskeið fyri maskinistar

Eldsløkking umborð á skipiEndurtøkuskeið eldsløkking u.s.Sløkkileiðsla umborð á skipiEldsløkking fyri skipsyvirmenn

Endurtøka IMO 80Trygdarskeið grundleggjandiTrygdarskeið fultBátaføraraskeið

Medisinsk fyrstahjálpStroppaskeið

Trygdardepilin við Áir 422 354

vinnuhÁskúlin 350 250

Page 47: Sjógvur & Fólk — #2

47SJÓGVUR & FÓLK — #2

P.O. Box 2 • Nólsoyar Pálsgøta 32 • FO-700 Klaksvík • Faroe Islands • Tel. +298 410000 • Fax +298 410001 • [email protected]

Page 48: Sjógvur & Fólk — #2

48 48SJÓGVUR & FÓLK — #2

DENNIS HOLM, for-maður í Fiskidaganevnd-

ini, mælir til broytingar í skip an ini fyri útlutan av fiski døgum — at Fiskidaga-nevndin verður avtikin og eitt Fiski vinnuráð við breiðari um-boð an sett upp ístaðin, hvørs til mæli um fiskiveiði verð ur tað einasta í samanhangin um.

Soleiðis kann sambært Denn is Holm sleppast und-an tí fastlæsta mynstri sum vís ir seg at uppstanda ár um ár tá tvey sínámillum mót-stríð andi tilmæli verða lat-in f iskimálaráðharranum

— Havstovan við sínum fiski-frøð ing um mælir til niður-skurð í veiðini við tí grund-gev ing at stovnarnir mugu verj ast, meðan Fiski daga-nevnd in, við fólki úr vinn-uni, hinvegin mælir til at varð veita sama fiskidagatal. Lands stýrismaðurin skal sum er, eftir teimum báðum til-mæl unum frá Havstovuni og Fiskidaganevndini, gera lóg-

ar uppskot um fiski daga tal ið, ið skal leggjast fyri Løg ting-ið at samtykkja. Og soleiðs er kjak í tinginum á hvørjum ári um í hvønn politikarnir skulu ella ikki skulu lurta eftir ser-frøð ing unum á Havstovuni ella eftir vinnuni.

Dennis Holm, sum eisini er samfelagsfrøðingur, heldur at tíðin er komin at broyta hesa skipan, so sleppast kann und an politiskum kjaki um

“fyri sitingarligar avgerðir” í tíð og ótíð.

“Verandi skipan hevur eis-ini við sær at lóggevandi vald-ið, Løgtingið, tekur beinleiðis fyri sit ing ar ligar avgerðir við

at áseta fiskidagar, og spurn-ar tekin kann setast við um hetta er ein skilagóð skipan,” sig ur Dennis Holm.

Tann skipan vit hava við til mælum er óheppin, meinar hann, og skjýtur upp at farið verð ur ístaðin yvir til eina skip an har fiskimálaráðharrin fær eitt samlað tilmæli at taka støðu til. Í einum slíkum til mæli skal atlit takast til lív frøðilig, búskaparlig og sam felagslig viðurskifti, og lands stýrismaðurin eigur, utt-an at draga Løgtingið uppí, at áseta fiskidagarnar og taka aðr ar avgerðir viðvíkjandi fiski skapi undir Føroyum.

UMSITING Í FELAGFormaðurin í Fiski daga-nevndini rør framundir at hend an nevndin verður tikin av og eitt Fiskivinnuráð stovn að ístaðin; at hetta ráð kundi verðið mannað av sjey fólkum, við formanni sum varð tilnevndur av Fiski mála-ráðnum og gjarna hevur sítt dagliga virki í Fiski mála-ráðn um; og at húkaf lotin, trolara flotin, Reiðarafelagið og Vinnuhúsið hava hvør sín lim í ráðnum, umframt at ein lív frøð ingur og ein samfelags/

bú skapar frøð ingur sita í ráðn-um.

Núverandi skipan, har lands stýrismaðurin skal taka støðu mill um tvey tilmæli, tá lógar upp skotið um fiskidagar komandi ár skal gerast, hevur víst seg at rigga ov illa.

“Tann tví streingjaða ráð-gevingarskipan, við lógar-upp skoti sum verður viðgjørt í Løgtinginum, hevur í fleiri før um havt við sær tilvildarligt úrslit, har neyðug atlit ikki eru tikin,” sigur Dennis Holm.

“Hetta kann eisini stað fest-ast ár um ár, eftir viðgerðina av fiski døgum í Løgtinginum,” leggur hann afturat.

Ein veikleiki í verandi skip an er at spurnartekin kunnu setast við leiklutin og áhuga málini hjá umboðunum í Fiskidaganevndini, metir Denn is Holm. Hartil kem-ur at tann lívfrøðisliga ráð-gev ing in hjá Havstovuni er grund að á eina kvotaskipan og ikki eina fiskidagaskipan, sum eisini er óheppið. Tá so lógaruppskotið frá lands-stýris manninum kemur í ting ið, ger tað ikki støðuna betri at løgtingslimir fara upp at kjakast hvørjum teir hava

betri álit á, fiskifrøðingum ella fiskimonnum.

“Fokus verður tá ikki á inni haldið og at seta seg inn í hvat tilmælini snúgva seg um, men meira á tað at tilmælini eru ymisk.”

Royndir vísa at ein ein-síðug politisk stýring av fiski-vinn uni ikki altíð er før fyri at loysa aktuellar avbjóðingar. Sam bært Dennis Holm er tað av somu orsøk blivið meira vanligt í dagsins fiski vinnu-sam fel øgum at stór ábyrgd verð ur løgd á vinnuna í sam-bandi við umsiting av fiski-veið ini.

“Fiskiveiðiumsitingin verð-ur tá í stóran mun eitt sam an-spæl og eitt samstarv millum mynd ug leikan og vinnuna. Á fakmáli verður tosað um co-management, ella um at umsita í felag. Við eini skip-an við co-management av botnfiskaveiðini undir Før oy-um verður stór ábyrgd løgd á vinnuna, sum tá eisini verð ur tvungin at skipa fyri skyn-sam ari umsiting av til feing in-um. Einari umsiting, sum eis-ini tekur atlit til fleiri tættir og lítur longri enn eitt ár fram í tíðina.” []

Soleiðis vil Dennis Holm steðga árligum kegli um fiskidagarDennis Holm heldur at Fiskidaga-nevndin eigur at verða tikin av og eitt Fiskivinnuráð stovnað í staðin, so landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær bert eitt tilmæli um fiskidagar til at taka avgerð um, óheft av Løgtinginum.

Dennis Holm samfelagsfrøðingur, formaður í Fiskidaganevndini.

Línuskipini Jógvan Norði og Thomas Nygaard landa á Toftum.

MA

RIA

OLS

EN