4
1:500 1 3 4 2 MENNING AV ØKINUM VIÐ BÁTAHYLIN Á TOFTUM BUSSTØÐ SØLUHØLL VINNULÍV BÚSTAÐIR BÚSTAÐIR TORG BÁTAÚTLEIGA BRÚGV NEYST BÁTASMIÐA VIÐALUND FRÍØKI NÝGGJUR MOLI VINNUHÚS ÚTSÝNISTORN OG FISKIPLÁSS

BUSSTØÐ TORG SØLUHØLL BÁTAÚTLEIGA BRÚGV VIÐALUND … · 2020. 6. 30. · Bryggjutromin Í uppskotinum er bryggjutromin ein reyður tráður, sum lýsir gamalt og . nýtt,

  • Upload
    others

  • View
    1

  • Download
    0

Embed Size (px)

Citation preview

Page 1: BUSSTØÐ TORG SØLUHØLL BÁTAÚTLEIGA BRÚGV VIÐALUND … · 2020. 6. 30. · Bryggjutromin Í uppskotinum er bryggjutromin ein reyður tráður, sum lýsir gamalt og . nýtt,

1:500↑

1 3 42

MENNING AV ØKINUM VIÐ BÁTAHYLIN Á TOFTUM

BUSSTØÐ

SØLUHØLL

VINNULÍV

BÚSTAÐIR

BÚSTAÐIR

TORG

BÁTAÚTLEIGA

BRÚGV

NEYST

BÁTASMIÐA

VIÐALUND

FRÍØKI

NÝGGJUR MOLIVINNUHÚS

ÚTSÝNISTORN OG FISKIPLÁSS

Page 2: BUSSTØÐ TORG SØLUHØLL BÁTAÚTLEIGA BRÚGV VIÐALUND … · 2020. 6. 30. · Bryggjutromin Í uppskotinum er bryggjutromin ein reyður tráður, sum lýsir gamalt og . nýtt,

1:200↑

Matvørðuhøll

Kusta betong

Rilla betong

Sligið basalt lagt slætt

Grýtut basalt lagt tætt

Blankt basalt

Lunnar úr eik

Betong dæksil sum flísar

Søluborð við vask úr betong, til salg av fiski og sjógæti

Smágrót, Gras og føroyskar plantur

Bonkur

Træbryggja

Føroysk píl

Café UllvøruhandilMatstova

Tilhald pensionistar

Bátaútleiga / ískiosk

Matvørðuhøll

Kusta betong

Rilla betong

Sligið basalt lagt slætt

Grýtut basalt lagt tætt

Blankt basalt

Lunnar úr eik

Betong dæksil sum flísar

Søluborð við vask úr betong, til salg av fiski og sjógæti

Smágrót, Gras og føroyskar plantur

Bonkur

Træbryggja

Føroysk píl

Café UllvøruhandilMatstova

Tilhald pensionistar

Bátaútleiga / ískiosk

1 32 42

Gongur tú ein kaitúr

Serliga tey seinastu fimti árini er samferðslan í Føroyum støðugt broytt. Fyrr var mestsum allur flutningur við báti. Hetta hevur sett síni týðuligu spor í bygdunum. Lendingin var miðdepil, sum sigur frá mangari søguni. Á Toftum var hetta støðan, til Tróndur varð tikin úr sigling millum Havnina og Skálafjørðin.

Tá vegakervið millum bygdir varð útbygt, broyttist bygdarmyndin. Nú er hetta sambandi til framleiðslu, flutning og handil tað mest týðandi. Tí eru góðar grundir til at umhugsað havnarøki av nýggjum.

Yvirskipað hugtak

Hetta uppskotið leggur seg eftir at binda saman gomlu søgurnar og nýggju møguleikarnar, sum broytta samferðslukervið hevur við sær.

Hugsanin er at menna eitt øki til ung sum gomul, ið tvinnar saman fortíð og framtíð. Pláss verður til fjølbroytt virksemi og tiltøk, eisini vælumtóktu bátastevnuna.

Hetta verður gjørt við at:

• Varðveita spor av arvinum sum eina samanhangandi rond um alt økið

• Samantvinna arbeiði og frítíð, ung og gomul, einstøk og felagsskap

• Skipa bygging soleiðis at ein rúmligur tættleiki fremur felagsskapin

Torg við søluhøll

Við íblástri frá gomlum lendingum, og frá bátastevnu, er torgið innast í bátahylinum. Torgið skráar móti sjóvarmálanum, við eini trom eini 30 cm omanfyri miðal sjógv. Í miðjuni er ein 4 metur breiður dráttur heilt út á sjógv. Har eru eikilunnar, feldir næstan niður ájavnt lendið. Millum lunnarnar er ymiskt tilfar, sum myndar eitt vakurt mynstur. Hetta sæst frá bygdini og bústøðunum sum eitt savnandi gólv, ið vísir til gamalt og nýtt. Fram við torginum eru beinkir, borð og básar, bæði sum leys og føst útgerð. Myrku tíðina er hóskandi ljós.

Innasti bátahylurin er fyrst og fremst til smábátar, serliga føroyskar. Tá stevna er, kann skipast fyri framsýning av bátum og handverki á torginum. Onnur størri tiltøk kunnu haldast her, og søluhøllin kann tá latast upp móti torginum.

Áleggingin er skiftandi, so hon sýnist ymisklig eftir veðrinum, - ljós, myrk, skyggjandi, sløtt og ruflut. Tilfarið er kustað og ríput betong, slætt brotið føroyskt grót, sagað brotið føroyskt grót, og í støðum blankt pussað grót.

Sum neystabygging liggur søluhøllin móti Torginum. Hetta er ein einfaldur bygningum úr timburgrind, ið lyftur tekjuna upp av torginum. Niðast er framsíðan úr glasi allan vegin runt. Hetta gevur gjøgnumskygni millum bygningarnar á staðnum. Í søluhøllini ber til at keypa alt til gerandisdagin. Eisini kann skipast fyri sølu av nýveiddum fiski og sjógæti. Sum henda høll er gjørd, leiðir hon áhuga og forvitni til handlar og matstovur í niðastu hædd á íbúðarbygningunum.

Bústaðir og vinnulív

Bústaðir verða bygdir oman á eina betonggrund, sum lívir fram við bátahylinum. Niðast er grundin opin og gjøgnumskygd. Frá torginum ber til at eygleiða virksemi har inni. Matstovur og handlar kunnu lata upp móti torgi og bátahyli. Henda niðasta hæddin er ætla til vinnuligt virksemi og tilhald hjá ungum og eldri. Innast norðureftir eru neyst. Ein partur av økinum er taktur sum skjól til hagreiðing og lutir. Ytst á nýggja molanum er trappu upp til útsýnispall, har tú eisini kanst fiska, sita í einum skjóli í trappuni, og síggja nýggja lívliga miðstaðarøkið til øll.

Oman á grundini standa bústaðirnir. Pláss er fyri millum 20 og 25 íbúðum millum 70 og 130 fermetrar hvør. Íbúðirnar eru á aðru, triðju og fjórðu hædd. Móti bátahylinum eru stór vindeygu í regluligum mynstri, sum eitt róligt baksýni í økinum. Vestantil er svali og stór skiftandi vindeygu móti frálíka útsýninum.

Ein partur av íbúðunum er ætlaður eldri og rørslutarnaðum. Her er lyfta til tey, sum eru illa gongd.Íbúðirnar verða bygdar úr timburelementum. Klæðing er úr timbri, vindeygu aluminium og tekja úr sinusplátum. Øll byggingin verður gjørd samsvarandi fremstu háttum innan burðardyggari bygging.

Page 3: BUSSTØÐ TORG SØLUHØLL BÁTAÚTLEIGA BRÚGV VIÐALUND … · 2020. 6. 30. · Bryggjutromin Í uppskotinum er bryggjutromin ein reyður tráður, sum lýsir gamalt og . nýtt,

Bryggjutromin

Í uppskotinum er bryggjutromin ein reyður tráður, sum lýsir gamalt og nýtt, frítíð og arbeiðslív, øll ættarlið í einum forvitnisligum og skipaðum samanhangi, alt bundið saman av sjóvarmálanum.

Tromin er sum sjóvarmálin runt allan vegin. Har finnast spor av samanspælinum millum land og hav, ein neystatoft, eitt fríøki. Nýggj busstøð verður løgd beint við landsvegin fyrst á økinum. Støðin er ein long tekja, sum í øðrum endanum er innilokað við glasi til bíðirúm, kunningarstovu og tílíkt. Undir tekjuni er eisini bilpláss . Har ber til at rigga til, til sigling, útróður og annað. Frammanfyri busstøðina er torgið og søluhøllin. Fram við torginum er ein leið til eitt umvælt lítið hús, ætlað bátaútleigu og ískiosk. Har kanst tú sita í lívd í sólini og síggja bátahyl og bústaðir. Brúgv er gjørd tvørturum tær báðar gomlu molarnar, ið eru víðkaðir træbryggjum suðureftir. Verandi stálbryggja er umbygd til træbryggju, sum við fjálgum tilfari bindur tromina til eina heild.

Stigvís menning

Hvørt átak er skipað so, at tað hvørt sær er ein heild. Raðfylgjan í útinning er ikki hugsað at fylgja ávísari gongd. Um tørvur fyrst er á at byggja íbúðir, kann tað verða fyrsta stigið. Tað kann vera, at dagsstovnarnir ynskja sær fríøki í fjøruni, so tað kann koma fyrst. Soleiðis kann heildin mennast, sum kommunan ynskir og hevur tørv á.

1 32 42

Page 4: BUSSTØÐ TORG SØLUHØLL BÁTAÚTLEIGA BRÚGV VIÐALUND … · 2020. 6. 30. · Bryggjutromin Í uppskotinum er bryggjutromin ein reyður tráður, sum lýsir gamalt og . nýtt,

1:200

Værkstaður Værkstaður

Vátdokk

Salur Matstova

Fríøki

Norðanfyri bátasmiðjuna gongur træbryggja til fjøruna, við sínum spennandi klettum. Grótkantur verður settur fram við, har tað í dag er tyrvt tilfar. Træbryggjan fer fram við grótkantinum, og smáir timburpallar verða, har børn kunnu savnast til spæl og undirvísing. Omanfyri verður gjørdur grasvøllur, sum fylgir lendinum. Í fjøruni er ein gomul neystagrund, sum verður uppafturbygd til umklæðing og hitarúm. Uttanfyri verður verandi betong tillagað, so tað ber til at draga bát eftir lunnum. Heitir pottar eru stoyptir í grýtuta lendið. Økið verður víðkað við træbryggu. Afturat verandi mola verður lágur træmoli, har tað ber til at flota kajakk ella leypa á bláman.

Fríøki

1 32 42

Bátasmiðja, matstova og høll

Frá bátaútleiguni gongur leiðin norður til bátasmiðjuna. Sum gomlu pakkhúsini er hetta ein einfaldur bygningur við einfaldari innrætting. Sunnast er matstova, sum kann latast upp til tún móti suðri. Uppat matstovuni er høll, sum kann latast upp inn til matstovuna. Norðanfyri høllina er fínverkstaður, vátdokk og grovverkstaður. Bygningurin er við sjónligari timburgrind og timburklæðing. Takið er úr sinusplátum. Uttanum bygningin er betong lagt har arbeitt verður, og timbur og grót har fríøki er. Alt í mynstri, sum fríðkar og lýsir virksemið á staðnum.

Bátasmiðja, matstova og høll