26
Kvinnan í Nýggja Testamenti Møti á Argjum 24. mai 2009 Tom Skaale (lænt frá Kenneth E. Bailey)

Kvinnan í Nýggja Testamenti

  • Upload
    donar

  • View
    74

  • Download
    7

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Kvinnan í Nýggja Testamenti. Møti á Argjum 24. mai 2009 Tom Skaale (lænt frá Kenneth E. Bailey). Fyrispurningur. Tað sum vit ynskja at hoyra nakað um er uppgávuna hjá kvinnuni, bæði í meinigheitini og uttanfyri. Hvat kann kvinnan td. ikki, sum maðurin kann, - PowerPoint PPT Presentation

Citation preview

Page 1: Kvinnan í Nýggja Testamenti

Kvinnan í Nýggja TestamentiMøti á Argjum 24. mai 2009

Tom Skaale (lænt frá Kenneth E. Bailey)

Page 2: Kvinnan í Nýggja Testamenti

Fyrispurningur• Tað sum vit ynskja at

hoyra nakað um er uppgávuna hjá kvinnuni, bæði í meinigheitini og uttanfyri.

• Hvat kann kvinnan td. ikki, sum maðurin kann,

• hvat inniber tað at vera undirgivin manninum o.s.fr.

Page 3: Kvinnan í Nýggja Testamenti

• Nógvar kristnar gentur/kvinnur føla seg stoyttar av ymiskum skriftstøðum, sum td. at kvinnan skal vera heima og læra og annað tílíkt.

• Tað er ikki rætt at nakar skal føla seg stoyttan, tí út frá Bíbliuni verður kvinnan jú ikki mett minni enn maðurin, hetta er alt ein misskiljing.

• So kemur tann torføri spurningurin, hvat hugtakið hirði og leiðari merkir, tí hetta skal kvinnan jú ikki vera.

• Hvar eru avmarkingarnar, og hvussu høgt er kvinnan í veruleikanum vird í mun til mannin?

• Er meiningin at stremba eftir at baði kyn skulu vera eins?

Page 4: Kvinnan í Nýggja Testamenti

Jalig og neilig skriftorð um kvinnuligar tænastur í NT• Jalig skriftorð um:1. Kvinnuligar

lærisveinar2. Kvinnuligar lærarar3. Kvinnuligar diakonar/

umsjónarmenn4. Kvinnuligar profetar5. Ein kvinnuligan

ápostul6. Kvinnuligar elstar

• Neilig skriftorð:1. 1 Kor 14,33-36 kvinnur

skulu tiga í samkomuni

2. 1 Tim 2,11-15 kvinnan skal ikki vera lærari ella “taka sær ræði á” manninum

Page 5: Kvinnan í Nýggja Testamenti

1. Kvinnuligir lærisveinar1. Jesus hevði

kvinnuligar lærisveinar

• Orðið “lærisveinur” fyrikemur einaferð í NT sum eitt kvennkynsorð.

• Í Áps 9.36 verður Tabita nevnd mathetria (læriveinur)

Page 6: Kvinnan í Nýggja Testamenti

1. Kvinnuligir lærisveinar2. Matt 12,46-50• Men hann svaraði og segði

við tann, ið segði honum tað: »Hvør er móðir mín og hvørjir eru brøður mínir?« Og hann rætti hondina út yvir lærusveinar sínar og segði: »Sí, hetta er móðir mín og brøður mínir! Tí at hvør tann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlunum, hann er bróðir mín og systir mín og móðir mín.«

Page 7: Kvinnan í Nýggja Testamenti

1. Kvinnuligir lærisveinar4.Luk 10,38 ein kvinna, ið

nevndist Marta beyð honum inn hjá sær. Og hon átti eina systur, sum æt Maria; hon settist niður við føturnar á Jesusi og lýddi á talu hansara...

• Eg (Paulus) eri ... aldur upp í hesum staði við føtur Gamaliels, upplærdur í strangleikanum eftir fedralógini, Áps 22,3

Page 8: Kvinnan í Nýggja Testamenti

2. Kvinnuligir lærarar í NT• Áps 18,24-28• Ápollos, ein orðhagur maður og sterkur í skriftunum, kom til

Efesus. Hann hevði verið upplærdur um veg Harrans, og brennandi í andanum talaði hann og lærdi greiniliga um Jesus, tó at hann bert kendi dóp Jóhannesar. Hesin maður tók at tala djarvliga í samkomuhúsinum, og tá ið Priskilla og Akvilas hoyrdu hann, tóku tey hann til sín og greiddu Guðs veg gjøllari fyri honum

Page 9: Kvinnan í Nýggja Testamenti

2. Kvinnuligir lærarar í NT• Lovsongur Mariu Luk 1,46-55• Og Maria segði: »Hátt setir sál mín Harran, og frøtt seg hevur

andi mín í Guði, frelsara mínum, tí at hann hevur hugt til lítilsvirði tænastukvinnu sínar. Tí sí, frá hesi stund munnu allar ættir sæla meg prísa; tí at stórverk hevur hann mær gjørt, hin alvaldi. Og heilagt er navn hans. Og miskunn hans varir ætt eftir ætt hjá teimum, sum óttast hann. Hann veldisverk hevur útint við armi sínum, og hevur spreitt sundur hini hástóru í hugsan hjarta teirra. Høvdingar hevur hann rindað úr hásætum niður og sett lítilsverd hátt. Svong hevur hann mettað við góðum gávum, og rík rikið burtur við tómum hondum. Hann hevur tikið sær av Ísrael, tænara sínum, til tess at minnast miskunn sína — eftir tí, sum hann talaði til fedra vára — móti Ábrahami og avkomi hans allar ævir!«

Page 10: Kvinnan í Nýggja Testamenti

3. Kvinnuligir diakonar/ umsjónarmenn• Róm 16,1-2• Eg leggi eitt gott orð inn fyri

Føbe, systur okkara, sum er tænari hjá kirkjuliðinum í Kenkreu,  at tit taka ímót henni í Harranum, sum tað sømir heilagum, og dugna henni í hvørjum føri, sum hon kann treingja til tykkara; tí at hon hevur verið ein stuðul hjá mongum og hjá mær sjálvum við

Page 11: Kvinnan í Nýggja Testamenti

3. Kvinnuligir diakonar/ umsjónarmenn 1 Tim 3,8-11• Kirkjuliðstænarar

(diakonus) skulu vera:1. Siðaðir2. Ikki tvítungutir3. Ikki tráir eftir nógvum

víni4. Ikki hug til ljótan

vinning5. Hava loyndarmál

trúarinnar í reinari samvitsku

• Somuleiðis skulu kvinnurnar vera:

1. Siðaðar2. Ikki baktralandi3. Fráhaldandi4. -5. Trúgvar í øllum lutum

(pistos er annar altíð umsett trúgvandi ella vert at trúgva, 8 støð)

Diakonarir í áps 6 prædika orðið áps 7 og 8

Page 12: Kvinnan í Nýggja Testamenti

4. Kvinnuligir profetar• Ef 2,19-20 Guðs húsfólk,

uppbygdir á grundvøll ápostlanna og profetanna

• Nakrir teirra vóru kvinnur• Áps 21,8-9 Filippusi

evangelisti ... átti fýra ógiftar døtur, sum profeteraðu

• 1 Kor 11,5 ein og hvør kona, sum heldur bøn ella profeterar við berum høvdi, hon skemmir høvur sítt

Page 13: Kvinnan í Nýggja Testamenti

5. Kvinnuligur ápostul?• Róm 16,7 Heilsið Andronikusi og Juniasi,

skyldmonnum mínum og samfangum, sum eru navngitnir ápostlanna millum, og sum har aftrat hava verið í Kristi undan mær

JunianJunias = kallkynsorð í hvørfalli (Junianus)

Junia = kvennkynsorð í hvørfalli

Grekst:

Page 14: Kvinnan í Nýggja Testamenti

6. Kvinnuligir elstir• 1 Tim 5,1-2 Gamlan mann mást tú ikki

deila; men áminn hann sum faðir, ungar menn sum brøður, gamlar konur sum møður, ungar konur sum systrar, í øllum reinleika

1. Tá ið tú heldur hesum fram fyri brøðrunum 4,6-11

2. Timoteus og teir elstu (og yngru) 4,12-5,2

3. Eldri einkjur 5,3-164. Timoteus og teir elstu 5,17-20

5. Eg leggi tær dýrt við... at tú gáar um hetta (ordinatión) 5,21-22

Page 15: Kvinnan í Nýggja Testamenti

Neilig skriftorð1. Kvinnur skulu tiga í

meinigheitini (1 Kor 14,33-36)

2. Kvinnan skal ikki vera lærari ella “taka sær ræði á manninum” (1 Tim 2,11-15)

• Hetta sær út til at staðfesta beint tað øvugta av øllum tí, vit higartil hava lisið í Bíbliuni.

Page 16: Kvinnan í Nýggja Testamenti

Gevur 5 alternativ til Bíbliuna1. Bíblian mótsigur sær sjálvari og tí óviðkomandi2. Taka tað, sum sigur “ja” til kvinnur og ignorera

restina3. Leggja dent á tað neiliga og ignorera tær

kvinnuligur tænasturnar í NT4. Staðfesta, at NT er í stríð seg sjálvt og at kirkjan

bara kann velja eitt bíbilskt sjónarmið ímóti hinum.5. Hyggja enn einaferð eftir teimum neiligu

tekstunum, fyri at vita, um tær søguligu umstøðurnar loyva størri einleika í NT enn vit rokna við.

Page 17: Kvinnan í Nýggja Testamenti

Hyggja at alternativ 5Alt brotið frá 1 Kor 11 til 14 hongur saman.1. Óskil í gudstænastuni

a. Klæðir hjá k/m profetum (11,2-16)b. Óskil við altarborið (11,17-34)

2. Andaligar gávur (kp 12)3. Kærleikin (kp 13)

4. Andaligar gávur (kp14)5. Óskil í gudstænastuni

a. Profetar tosa samstundis (14,26-33a)b. Kvinnur tosa í samkomuni (14,33b-36)

Page 18: Kvinnan í Nýggja Testamenti

Tey, ið órógva gudstænastuna (1 Kor 14,26-36)1. Profetarnir fáa at vita:

a. Tosið ikki allir ísennb. Tigið í samkomuni

2. Tey, ið tala í tungum, fáa at vita:a. Um eingin er at týðab. so tigið í samkomuni

3. Giftar kvinnur fáa at vita:a. Spyrji ikki spurningar undir gudstænastuni og

ikki snakkab. Spyrji menn tykkara heima og tigið í samkomuni

Page 19: Kvinnan í Nýggja Testamenti

Hetta er eitt boð frá Harranum1. Um einhvør tykist at vera profetur (kp. 11)

2. Ella andligur (kp. 12)3. Tá má hann duga at skyna, at tað, sum eg skrivi til tykkara, er boð Harrans (kp. 13). Men um einhvør ikki skynir tað, tá lati hann vera at skyna tað!

4. Tess vegna, brøður mínir, tráið eftir at profetera, og forðið ikki fyri at tala í tungum! (14,1-25)5. Men sómi og skil veri á øllum! (14,26-36)

Page 20: Kvinnan í Nýggja Testamenti

1 Tim 2,11-15• v11 Kona eigur at læra í kvirri, í øllum undirgivni. • v12 Men eg gevi ikki konu loyvi til at vera lærari ella

at taka sær ræði á manninum, men at vera í kvirri. • v13 Tí at Ádam varð fyrst myndaður, síðan Eva; • v14 og Ádam varð ikki dáraður, men konan varð

dárað og er fallin í misgerð. • v15 Men hon skal verða frelst gjøgnum barnaføðing

sína, um tær verða standandi í trúgv og kærleika og heilagleika við hóvsemi.

Page 21: Kvinnan í Nýggja Testamenti

1 Tim 2,11-15 Bakgrundin• Støðan hjá Timoteus

• Ungur, sjúkur, pressaður• Gnosistisk ranglæra hevði trongt seg inn í

kirkjuna• Kvinnuligir lærarar spældu ein avgerandi leiklut

• Artimes templið í Efesus• Leiðslan: kvinnur og geldir menn• Prestarnir: kvinnur við ymiskum uppgávum

• Hugburðurin millum (konu)fólk

Page 22: Kvinnan í Nýggja Testamenti

1 Tim 2,11 Teksturin• Kona eigur at læra í

kvirri, í øllum undirgivni. • Byrjar við einum boði:

Kona eigur at læra• Í kvirri – merkir friðaliga

ella í stillheit.• Í øllum undirgivni –

Hvørjum skulu tær vera undirgivin?

Page 23: Kvinnan í Nýggja Testamenti

1 Tim 2,12 Teksturin• Men eg gevi ikki konu

loyvi til at vera lærari • Tær høvdu ranga læru

(m.a. gnosis)• ella at taka sær ræði á

manninum, • Umstøðurnar førdu til

skeivan hugburð• men at vera í kvirri.

Page 24: Kvinnan í Nýggja Testamenti

1 Tim 2,13-14 Teksturin• Tí at Ádam varð fyrst

myndaður, síðan Eva; • og Ádam varð ikki

dáraður, men konan varð dárað og er fallin í misgerð.

Page 25: Kvinnan í Nýggja Testamenti

1 Tim 2,15 Teksturin• Men hon skal verða

frelst gjøgnum barnaføðing sína, um tær verða standandi í trúgv og kærleika og heilagleika við hóvsemi.

Page 26: Kvinnan í Nýggja Testamenti

Samanumtikið• Gal 3,28 Her er ikki ... kallur ella kona; tí at tit eru øll

ein maður í Kristi Jesusi.• Rætt skilt eru øll skriftorð, um hetta evnið, í trá við

aðalmálið omanfyri.