148
PREI vol. 01 • september 2012 LEYP Í TAÐ Sigrar geva sjálvsálitinum eitt »boost« Eyðun Berg um mentala menning ÍbúÐIR Í mIÐbýIn ítøkilig ætlan liggur á borðinum FRá FóLkATónLEIkI TIL ELEkTRO Um Gretu Svabo Bech í Liverpool POLITIkkARAR Sæddir úr einum øðrum vinkli TEIR UPPLIvA FøROYAR Í kAjAkk Jóhann Laksáfoss og Páll Danielsen 20 síður við VAKURLEIKA & MóTA

PREi - Vol.1 September 2012

  • Upload
    prei

  • View
    382

  • Download
    2

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Ókeypis magasin til øll í Føroyum.

Citation preview

Page 1: PREi - Vol.1 September 2012

PREIvol. 01 • september 2012

LEYP Í TAÐSigrar geva sjálvsálitinum eitt »boost«

Eyðun Berg um mentala menning

ÍbúÐIR Í mIÐbýInítøkilig ætlan liggur á borðinum

FRá FóLkATónLEIkI TIL ELEkTROUm Gretu Svabo Bech í Liverpool

POLITIkkARARSæddir úr einum øðrum vinkli

TEIR UPPLIvA FøROYAR Í kAjAkkJóhann Laksáfoss og Páll Danielsen

20síður við

vakurleika & móta

Page 2: PREi - Vol.1 September 2012

Mercedes-Benz A fæst úr 298.000 kr.

ár við innovatión

IVAN BILAR HOYVÍKSVEGUR 63 • 100 TÓRSHAVN • TEL 31 36 66OPIÐ ER: MÁNADAG - FRÍGGJADAG: 8.00 - 17.00

Page 3: PREi - Vol.1 September 2012

Mercedes-Benz A fæst úr 298.000 kr.

ár við innovatión

IVAN BILAR HOYVÍKSVEGUR 63 • 100 TÓRSHAVN • TEL 31 36 66OPIÐ ER: MÁNADAG - FRÍGGJADAG: 8.00 - 17.00

Page 4: PREi - Vol.1 September 2012

skógvar til hennara

Page 5: PREi - Vol.1 September 2012

skógvar til hennara

Page 6: PREi - Vol.1 September 2012
Page 7: PREi - Vol.1 September 2012
Page 8: PREi - Vol.1 September 2012

rátt & ristað®

Áarvegur 3 100 Tórshavn Tel 319 319

Opið er:Mánadag-leygardag 11.00-22.00Sunnudag 17.00-22.00

Page 9: PREi - Vol.1 September 2012

rátt & ristað®

Áarvegur 3 100 Tórshavn Tel 319 319

Opið er:Mánadag-leygardag 11.00-22.00Sunnudag 17.00-22.00

Page 10: PREi - Vol.1 September 2012

vol. 01 • september 2012

INNIHALD & KOLOFONTAÐ FASTA 12 Oddagreinin 16 Bloggurin / Rakul Dalsgaard 24 Náttborðið146 Handilslistin

HESAFERÐ 98 Tónleikur / Greta Svabo Bech 34 Býráðspolitikkarar 66 Kajakk132 Bilar 44 Flatan búk / Jana Thomsen 94 Leyp í tað / Eyðun Berg 20 Joga / Marianna Vang Simonsen114 Tyrluskipari í Quatar / Terji Jacobsen

MATUR122 MatPrei frá Oddvør Skarðhamar

BÝURIN 52 Íbúðir í Miðbýin

VAKURLEIKI OG MÓTI 74 Móti í litum 82 MótiPrei

66

44

74

52

114

100

RiTSTJóRiÓla Jákup Rólantsson

HøVuNDaRElsa Maria Magnussardóttir OlsenÓla Jákup RólantssonRakul DalsgaardMarianna Vang Simonsen

SaMSKiPaNPetrina Maria Berg1xpetur

MyNDaFóLKHøgni Heinesen HeinesenMyndirSunva Eysturoy Lassen Mureldur

GRaFiSK FRaMLEiÐSLa1xpetur

PRENTSaMSKiPaNTrykNet

ÚTGEVaRiTórsmiðil Postboks 3080110 Tórshavn

Prei er eitt ókeypis lívstíls- og lýsingarblað, sum verður prentað í 18.000 eintøkum. Blaðið er ókeypis.

FORSíÐA: HEINESEN MyNDIREyðun Berg í leysari luft

10 PREI SEPTEMBER 2012

Page 11: PREi - Vol.1 September 2012

í SMS • Tórshavn

Royal Copenhagen í Inspiratión í SMS

Page 12: PREi - Vol.1 September 2012

Aftur eitt magasin. Sum soleiðis er ikki neyðugt einaferð enn at uppfinna djúpa borðiskin. Hann fæst longu í

mongum støddum og litum. Kanska meira spennandi at geva honum eitt annað snið og øðrvísi innihald. Vit hava roynt alt samalt fyrr. ókeypis í hvørt hús. Hava fylt privatu postboksirnar við bløðum og ritum. So vit vita, hvussu tað skal gerast. Men í mun til áður gera nú so mong onnur tað sama. Tí skal meira til. Prei er gamalt orð. So mangur hevur siglt uppá prei. Men at preia er eisini at geva

ábendingar, at boða frá. Vit preia eisini, tá vit geva boð ella geva tekin. Og dreingir hava preiað gentur í øldir, til genturnar fóru at gera tað sama. Prei er eitt heiðurligt magasin, sum umframt at lata handilsvinnuna preia tykkum um tað nýggjasta á marknaðinum, eisini hevur sett sær fyri at kunna og undirhalda Føroya fólki. ókeypis. Tí verður magasinið vónandi eitt kærkomið mentanarligt íkast hjá fólki flest, til gamans og álvara. Stutt sagt eitt positivt og undirhaldandi íkast til gerandisdagin hjá

teimum flestu. Í vón um, at magasinið fer at geva meining í tilveruni hjá teimum flestu, senda vit nú fyrstu útgávuna á marknaðin. Magasinið verður broytt, umlagt, umskipað og útbygt alla tíðina, tí vit finna altíð uppá okkurt nýtt. Tað verður ongantíð dagsaktuelt, men aktuelt yvirhøvur. Og kortini – her er enn ein djúpur borðiskur! Vónandi er útsjóndin tiltalandi og innihaldið dámligt. Vælgagnist! ;-)

vol. 01 • September 2012 ODDAGREIN

AFTUR EITT MAGASIN

12 PREI SEPTEMBER 2012

Page 13: PREi - Vol.1 September 2012

Baresso:Mánadag - hósdag: 09.00 - 18.30Fríggjadag: 09.00 - 19.30Leygardag: 09.00 - 16.30Sunnudag: Stongt

Burger King og Sunset Boulevard:Mánadag - leygardag: 10.30 - 20.00Sunnudag: 14.00 - 20.00

Burger King Drive thru er opið til kl. 23:00 allar dagar.

Miklagarður:Mánadag - hósdag: 09.00 - 18.00Fríggjadag: 09.00 - 19.00Leygardag: 09.00 - 16.00Sunnudag: Stongt

Handlarnir í SMS:Mánadag - hósdag: 10.00 - 18.00Fríggjadag: 10.00 - 19.00Leygardag: 10.00 - 16.00Sunnudag: Stongt

Upplatingar-tíðir í SMS

vol. 01 PREI 13

Page 14: PREi - Vol.1 September 2012

MAKE-UP PREI

1. Fyri at fáa vøkur smokey eyes skalt tú byrja við i-smoulder og litinum Charcoal. Før blýantin eftir váta kantinum á eygnalokunum, blunka nakrar ferðir og endurtak nakrar ferðir fyri at byggja litin upp. Før síðan blýantin tvørtur um omanfyri ovaru eygnavippurnar og blenda litin uppeftir eygnalokinum við einum fingri ella pensli.

2. Brúka bleyta svampin á i-smoulderanum tvørturum blendaða litin á eygnalokinum og halt fram heilt upp til ovasta part av flytbara eygnalokinum.i-smoulder

Smokey Eyes Pencil and Shadowi-smoulder er ein kollvelting. Við hesum penninum ber til at gera sokallað smokey eyes eftir ongari tíð. Í øðrum endanum hevur pennurin ein eyelinara at snara upp, sum kann stillast í tí tjúgd, tú ynskir. Í hinum endanum er ein svampur við tilhoyrandi kremeygnaskugga í hettuni, sum verður brúktur til at skapa hesa serligu effektina.i-smoulder pennurin fæst hjá Viviann Hárfríðkan og kostar kr. 259,-

i-pout varrastift við ljósi og speglii-pout er ein E-vitaminrík varrastift við klassiskum litum. Við innbygdum spegli og ljósi er sera lætt at smyrja uppá.i-pout varrastiftin fæst hjá Viviann Hárfríðkan og kostar kr. 219,-

i-plump Clear Lip Plumper við ljósi og speglii-plump er ein transparentur glitrandi sokallaður plumpari, sum økir blóðrenslið í varrunum og gevur teimum størri fyllu. Somuleiðis við innbygdum spegli og ljósi.i-plump Clear Lip fæst hjá Viviann Hárfríðkan og kostar kr. 249,-

SMOKEYEYES- soleiðis!

NEW CiD Í FøROyuM

MakeUp

- sum heldur særHugsanin við NewCiD er at geva veruligum kvinnum eitt slag av make-up, sum bæði er lætt at halda skil á, lætt at brúka og sum heldur sær leingi. NewCiD røðin fæst frá Viviann Hárfríðkan í Tórshavn.

14 PREI SEPTEMBER 2012

Page 15: PREi - Vol.1 September 2012

Vit piercaBílegg tíð á 319500

Annika Udbø er ein av okkara fáu her heima, sum umframt at vera

hárfríðkari, eisini hevur nomið sær útbúgving innan piercing

og hevur nú piercað í 11 ár. Vit eru so heppin, at Annika

starvast hjá okkum.Tí kunnu vit bjóða piercing,

umframt perlur og mynstur á negl.

Hjartaliga vælkomin inn á gólvið.

Annika, Ada, Beinta, Elin og Viviann

Dj. í Geils gøta 18 100 Tórshavn Tel31 95 00 www.salongviviann.com

Page 16: PREi - Vol.1 September 2012

Tryggleikin er sum inni í búrinum, har dúgvan altíð fær mat og drekka, eitt turt

stað at sova og umsorgan, meðan frælsið er uttanfyri búrið. Og uttanfyri búrið er línudansurin á rósum uttan trygdarnet. Tryggleika finna menniskju í raðhúsum, mitt í høvuðsstaðnum, umgyrd av sama slag grannum, har øll royna at hava líka flottan bil, fáa fasta løn og vinka og smílast, tá tey sita úti í havanum, tann dagin, tá tað er gott veður í Føroyum. Men alt kostar, og tryggleiki er dýrur. ikki bara í iPhone’s, flúgvibilettum og merkivørum. Hann kostar eisini frælsið. Tí í trygga búrinum er eitt ovara likamligt mark fyri, hvussu nógv mann kann baksa og flaksa. Tryggleiki er ein pakkaloysn, júst sum ein Burgaramenu, har mann má velja millum Pepsi og Cola, Mayonese og Remoladu. Ongin koyrir heimagjørt rabarbusúltutoy í ein Maxiburgara. Tað hóskar seg ikki, og hvat fara

grannarnir ikki at hugsa? Tað trygga er deiligt, men ikki serliga originalt, tí tryggleiki er altíð kopieraður: Onkur orginalur finnur uppá okkurt, og um tað er trygt (bilbelti, klovverja, sólbrillur), so kopiera hini tað. Tað øvugta av tryggleika eitur ótryggleiki - ella frælsi. Frælsið er uttanfyri búrið. Har eru orginalarnir.

Tað kann eisini vera dýrt at vera orginal, tí sum kinesarar siga, so smíðar mann á tann seymin, sum stingur upp um hinar, og tí noyðast orginalarnir sum oftast at liva við broytingum sum føstum umstøðum, sum er sera ótrygt. Eg havi tveir vinir, sum eg eri líka góð við: Ein ravn, sum ikki kann vera

í búri, og eina dúgvu, sum ikki torir úr búrinum. Eg síggi fyrimunir og vansar við báðum pørtum. Eg vildi ynskt, at ravnurin onkuntíð kom inn í búrið at eta, grilla, hugna og lulla, men vildi eisini ynskt at víst dúgvuni, hvussu flott, stórbært og ógvusligt lívið er. Tryggleiki og frælsi, tað eru tey bæði eksistentiellu tingini, sum vit

menniskju altíð stremba eftir. Tað besta vildi verið um mann hevði dugað bæði tvey í senn, tí tryggleiki er sum rótin á einum træi, meðan frælsið er sum krúnan. Ein stór, flott, sunn trækrúna kann bara benda seg, sveiggja hiðar og hagar og tola nógvan vind og mótgang, um hon hevur eina stóra, sterka og djúpa rót.•

vALIÐ mILLUm PEPSI OG COLA

RaKuL DaLSGaaRD BLOGGaR

Tryggleiki og frælsi, tað eru tey bæði eksistentiellu málini, sum vit menniskju altíð stremba eftir. Innast inni ynskja vit øll tryggleika, so vit spenna trygdarbeltið, kanna um splittan er aftur, um passið er í lummanum, vita um vit eru í bjargingarvesti, hjálmi og trygdarskóm, samstundis sum vit eru við at kvalast av hesum haftinum, sum trygging og sjúkrakassi og you name it, tyngja okkum við. Tíverri er tryggleiki sum kvalandi ófrælsi.

BLOgguRIn:

»Tryggleiki er ein pakkaloysn, júst sum ein Burgaramenu, har mann má velja millum Pepsi og Cola, Mayonese og Remoladu.«

16 PREI SEPTEMBER 2012

Page 17: PREi - Vol.1 September 2012
Page 18: PREi - Vol.1 September 2012

Heimasta Horn

Ogna tær títtdreymaheimHar tú fært tíð til ting og panorama fær djúpari meining. Har tú følir søta líkasælu við máling og trendy sláimaskinum. Har tú fært tíð at liva.

Page 19: PREi - Vol.1 September 2012

Heimasta Horn

Heimasta Horn er nútímans býlingur við 96 íbúðum miðskeiðis millum Havnina og Havnardal. 8 snøggir blokkar, 4 hæddir, 3 íbúðir í hvørji hædd.

Her eru allir fyrimunir, sum nýggir byggihættir bjóða. Felagsøki, spæli-pláss og vøllur. Flísaløgd tún, fríøki og góð parkeringsviðurskifti. Alt vakurt frágingið.

Fíggingarmøguleikarnir eru góðir, og ráðini verða tí betri at nøkta egin áhugamál. Allir hesir fyrimunir gera, at á Heimasta Horni býrt tú væl og fært tíð at liva.

Set teg í samband við Skyn um fram sýning og hoyr um íbúðarsnið, umhvørvi og kostnað.

Skyn

Tórsgøta 16Tel. 357 400

[email protected]

Les meira á heimastahorn.fo

Page 20: PREi - Vol.1 September 2012

TEk

ST

UR

Ma

Ria

NN

a Va

NG

SiM

ON

SE

N m

Yn

d H

EiN

ES

EN

MyN

DiR

20 PREI SEPTEMBER 2012

Page 21: PREi - Vol.1 September 2012

jOGAEg havi í fleiri ár havt áhuga fyri joga og havi prógv sum “Restorative Joga Teacher”, við grundarlagi í Hatha Joga. Sum útbúgvin ergoterapeutur og FDZ-zoneterapeutur, havi eg breiðan áhuga og royndir í bæði traditionellum og alternativum háttum at styrkja og skapa javnvág í kroppi og sinni. Við hesi bakgrund er joga eitt gott ískoyti og stuðlar undir tann holistiska hugsunarháttinum um kroppin og sinnið.

HvAT jOGA GjøRdI vIÐ mEGÍ 2007, 35 ára gomul, upplivdi eg veruliga, hvat joga

kann gera við ein. Eg gekk á nøkrum intensivum skeiðum í joga og vandi javnan heima.

Jogalærarin á skeiðunum tosaði undir venjingunum nógv um at hava visiónir í lívinum, at seta sær mál, at skapa og brúka møguleikarnar tú hevur. Eg kann ikki heilt siga, hvat hendi, men í øllum førum upplivdi eg hesa tíðina eina menning og broyting innaní. Tað var líkasum at nakrir brikkar fullu upp á pláss, og eg bleiv meira tilvitað um, hvat eg sjálv stóð fyri. Kenslan í kroppinum var friðsæla, orka og hiti.

SETTI mæR máLHetta kendist so gott, at eg fekk hug at læra meira um joga. Innaní setti eg mær tað mál at verða jogalærari, tá eg var 40 ár. Fyri at læra tað, skuldi mann av landinum, so eg slepti tankanum eitt sind ur. Eg helt við jøvnum millumbilum fram við at gera joga – mest heima eftir CD, DVD og bókum.

GRønLAndÁ vári 2010 fluttu maðurin, 8 ára gamli sonurin og eg til

nuuk í grønlandi. Har vóru vit í eitt ár. Maðurin arbeiddi, og eg valdi at vera heima gangandi ta fyrstu tíðina. Sonurin fall skjótt til, og eg skuldi finna út av, hvat eg skuldi brúka hetta árið til.

Tankin um at læra joga so væl, at eg kundi læra frá mær, kom fram aftur. Spurningurin var bara hvussu. Beint um hesa tíðina fekk eg við telduposti eitt jogatíðindabræv um ein amerikanara, Paul Jerard, sum hevði ment Long-Distance Joga Teacher Training and Certification. Eg setti meg í samband við hann, og í felag funnu vit fram til, hvat skeið hóskaði til míni ynski.

Í oktober 2010 fór eg í gongd við “Restorative Joga Teacher Certification Course”. Eitt skeið, serliga rættað til fólk við heilsufakligari bakgrund, sum dekkaði mín serliga áhuga í at kunna tillaga joga til ymiskar kroppar. Tað eru nógv sløg av joga, hetta slagið er grundað á Hatha joga.

bLáA bók

Marianna Vang

Simonsen

40 ár

Ergo-terapeutur

1999

FDZ-zone-terapeut ur

2002

Jogalærari 2011

vol. 01 PREI 21

Page 22: PREi - Vol.1 September 2012

bETTER SAFE THAn SORRYEg havi sjálv nakrar trupulleikar í rygginum, sum eg má

taka hædd fyri í joga. Tað fann eg út av við at fáa tað verri av at gera joga. Tí vildi eg fyrst og fremst læra, hvussu eg sjálv kundi sleppa undan at fáa skaðar av joga, fyri síðani at kunna geva tað víðari til onnur. Hetta ger, at eg í míni frálæru av joga brúki meginregluna “better safe than sorry” og leggi stóran dent á at tillaga jogastøðurnar til kroppin, við m.a. at nýta hjálpilutir sum klossar og belti.

Joga er fyri øll, og snýr seg um at sameina, styrkja og skapa javnvág í kroppi og sinni.

At geva gætur er eitt lyklaorð, og venjingarnar fara fram við róligari ferð og við tamarhaldi á rørslunum. Tað snýr seg um at vera tilstaðar í tí ein ger, her og nú.

”Joga is a state in which you are present, really present, in every moment in every action”. Joga er at meta sum ein møguleiki at uppliva, sansa og merkja.

HATHA jOGAKapping er ikki í joga. Tað eru eingin krøv um avrik,

og venjingarnar verða lagaðar til tann einstaka. Tað, sum

krevst, er ynskið og hugurin til at arbeiða við sær sjálvum og sínum kroppi. Tað er av stórum týdningi, at fólk undir venjingini taka útgangstøði í sær sjálvum og tí støðu tey eru í, og hava í huga, at menning fer fram á sera ymiskan hátt og kann ikki framskundast.

Í Hatha joga verður serligur dentur lagdur á anda-drátsvenjingar, kropsligar venjingar og djúpa hvíld.

Reglulig venjing er sum heild útreinsandi og styrkj-andi, stuðlar javnvág og gevur orku og vælveru í gerandisdegnum. nervalag og konsentra tión styrkist, spenningar og strongd linna, kertlalag, sodning, umrensl og rørsla í kroppinum verður stimbrað, liðiligheit økist og vøddar og andadráttur styrkist. Kropsburður og -tilvitan økjast, og harvið kunnu overving, slit og skaði fyribyrgjast.

GEvAndI AT LæRA FRá SæREg havi nú undirvíst í joga síðani januar 2011, sum

einstaklingavenjing og mest í bólki, á arbeiðsplássum og á starvsfólka- og heilsudøgum í nuuk og í Tórshavn.

At vera jogalærari er sera áhugavert og gevandi. Tað

At vera jogalærari er sera áhugavert og gevandi. Tað er ein gáva og fløvar mítt hjarta

at kunna vera við til at stuðla fólki í at mennast kropsliga, mentalt og sálarliga.

22 PREI SEPTEMBER 2012

Page 23: PREi - Vol.1 September 2012

ORÐAbókIn sigur hetta

um jogaHeiti fyri indiska

átrúnaðar liga og heims-

pekiliga læru; skal sálin kunna

fáa tamar hald á likaminum, mugu ávisar

venjingar gerast.

er ein gáva og fløvar mítt hjarta at kunna vera við til at stuðla fólki í at mennast kropsliga, mentalt og sálarliga. Tað er stuttligt at síggja, hvussu úttrykkið hjá fólki broytist við joga, at síggja fólk sleppa spenningum, fáa økta kropstilvitan og hoyra fólk fortelja, hvat gott joga ger við tey. Mín uppgáva er at vegleiða og kveikja, og fólk mugu sjálvi gera arbeiðið.

Tað er sera ymiskt, hvat fólk hava sinnalag til og uppliva er gott fyri tey, og tað er av týdningi at hava virðing fyri, at vit eru ymisk.

Joga hevur stóran týdning fyri meg og hevur styrk t meg kropsliga, mentalt og sálarliga og ger meg meira tilvitaða og virkisføra sum heild.

At arbeiða kropsliga við joga hevur m.a. hjálpt og styrkt meg í einum tíðarskeiði við negativari strongd, og tá eg nú arbeiði nógv við menniskjum,

er tað av stórum týdningi, sjálv at vera væl fyri og hava yvirskot. Mín uppliving er, at um tú ikki sjálvur hevur yvirskot, er ringt at kveikja og stuðla øðrum í at mennast. •

mY

nd

EG

iN

vol. 01 PREI 23

Page 24: PREi - Vol.1 September 2012

LYkkEFæLdEn Russ HarrisErt tú fangað/ur í eydnufelluni sum so nógv onnur? um tú ert ein av mongum, sum er dottin í eydnufelluna, so hevur Russ Harris eitt gott boð, hvussu tú sleppur leys/ur aftur.

AT LYkkES Martin Seligmann– Mær dámar í veruleikanum ikki orðið eydna, sum er so mikið nýtt/misnýtt, at tað næstan er vorðið meiningsleyst, sigur sálarfrøðingurin Martin Seligmann.

mEdFøLELSE OG mIndFULnESSPaul GilbertBókin lýsir, hvussu tú kann vinna á tínum stranga sjálvseftirliti, tín um yvirdrivna stúrni, tíni trongd til perfektionismu.

THE SECRET TO TRUE HAPPInESSJoyce MeyerVit hugsa so nógv um morgin dagin, at vit gloyma dagin í dag. Ein bók, ið tekur útgangsstøði í at samantvinna ger andis dagin og andaliga lívið.

POSITIvITET Barbara L. FredricksonEitt jaligt lyndi sum heilivágur! Eitt jaligt lyndi kann broyta títt lív og verður nýtt, tá persónlig kreppa gerst ov tung at bera.

SLIP TAnkETYRAnnIET Steven C. HayesHenda bókin umrøður menn iskjans fjølbroytni og vísur, hvussu tú kanst skapa tær eitt lív í nøgdsemi.

Spyr eftir bókunum í bókahandlum ella bókasavni

Jóhanna Andreasen viðmælir

NáTTBORÐiÐrætta plássið til

góðar bøkur

24 PREI SEPTEMBER 2012

Page 25: PREi - Vol.1 September 2012

STú bURdI kEYPT máLInGInA nú!

allan september mánað lata vit

20%í avsláttri av allari

máling

nýGGjAnkøk

Spyr okkum

vITjA OkkARA nýGGjU

GóLvdEILd

Bygma Balslev Vegurin Langi Tel 34 50 00 www.balslev.fo

Page 26: PREi - Vol.1 September 2012

kARLAmAGnUSAR-bREYT,

nýggja miðstaðargøtan í Hoyvík

Tá Hoyvíkin er liðugt útbygd verður hon væl størri enn Klaksvík. Nýggja miðstaðar-útbyggingin er tí ein ómetaliga stór avbjóðing, sum ikki bara snýr seg um bústaðabygging.

HØVuÐSSTAÐuRIn VEKSUR

26 PREI SEPTEMBER 2012

Page 27: PREi - Vol.1 September 2012

Her skulu vera fríøki, almennir og kommunalir stovnar, læknamiðstøð, ítróttaøki, skúlar, barnagarðar, kirkjur og sjálvt hjartað í nýggja býarpartinum verður sjálvt

miðstaðarøkið, Karlamagnusarbreyt.Karlamagnusarbreyt er ein long gøta, har

fólk koma at búgva, arbeiða og handla, og verður sostatt ein savnandi eind í økinum, har lív verður í, bæði um dagin og um

kvøldið.Hóast vána møguleikar fyri fígging í

løtuni, so er áhugin rættiliga stórur fyri at byggja fram við Karlamagnusarbreyt. Áhugin hevur verið størstur fyri smærru stykkunum, soleiðis at tey flestu av teimum eru antin seld ella umbiðin.

Tað sær út til at fara at verða fjølbroytt bygging. Talan er um handlar við gerandisvørum, bakarí, brúksvøruhandlar, møblahandlar, fyritøkur, ið umboða

persónliga røkt av ymsum slag, smáídnaður, fleiri innflytarar av ymsum slag, matstovur og fleiri skrivstovur.

Øll stykkini kunnu vera kombinerað við handilshølum, goymslu- og/ella skrivstovuhølum og bústaði.

Kommunan hevur eisini sett av øki til framtíðar bygging í økinum, eitt nú til heilsumiðstøð, kollegium, ítróttarøki og fríøki.

HØVuÐSSTAÐuRIn VEKSUR

vol. 01 PREI 27

Page 28: PREi - Vol.1 September 2012

TónLEIkASUmmARIÐ

2013 - nógv er longu

komið á skránnamYnd BJaRTuR VEST

28 PREI SEPTEMBER 2012

Page 29: PREi - Vol.1 September 2012

Bæði G!, Summarfestivalurin og Voxbotn hava longu boðað frá, nær teirra tónleikatiltøk verða í 2013. Og sum nakað nýtt verður skipað fyri einum DJ Festivali í Klaksvík.

vOxbOTnLEyGARDAGIN 29. jUNI 2013Voxbotn, sum er ein konsertdagur í Vágsbotni í Havn, varð skipað fyri fyrstu ferð í ár, og ikki kann sigast annað, enn at Voxbotn er komið fyri at verða. Tiltakið eydnaðist sera væl og fleiri enn 4.000 fólk vitjaði Voxbotn hendan dagin. Voxbotntiltakið er skipað sum ein langur konsertdagur frá 15 til 03 um náttina, har bæði føroysk og útlendsk nøvn spæla nonstop í 12 tímar. Eisini er undirhald fyri børn.Fyrireikingarnar til Voxbotn eru longu farnar í gongd og fyrireikararnir boða frá, at Voxbotn verður aftur leygardagin 29. juni 2013 frá kl. 15-03.

G! FESTIvALURIn8., 19. OG 20. jULI 2013Stutt eftir at G! var av boðaði Jón Tyril, tónleikastjóri, frá, at G! verður aftur komandi ár. Hóast nøkur av høvuðsnøvnunum ikki kundu spæla í ár vegna vánalig floglíkindi, so eydnaðist festivalurin væl. G! Festivalurin hevur ment seg til at vera eitt hitt týdningarmesta mentanartiltakið í landinum og G! hevur havt sín stóra leiklut í at broyta, hvussu føroyingar uppfata tónleik, tónleikatiltøk og tónleikaligt virksemi, og harvið fortreytirnar fyri at fáast við tónleik í Føroyum. Tónleikafestivalurin í Gøtu verður dagarnar 18., 19. og 20. juli.

SUmmARFESTIvALURIn 8., 9. OG 10. AUGUST 2013Føroya størsti festivalur er allarhelst Summarfestivalurin í Klaksvík, og komandi ár verður hann tann 10. í røðini. á trimum pallum undirhalda føroyskir og útlendskir tónleikarar í tríggjar dagar, har tú kanst fáa stórar og lívligar konsertir, hugnaligar tónleikaløtur, tað góða, gamla og tað unga og fríska. Summarfestivalurin hevur eisini boðað frá, at hann verður hildin í døgunum 8., 9. og 10. august 2013.

dj FESTIvALURIn 17. OG 18. MAI 2013Fyri fyrstu ferð verður skipað fyri DJ festivali í Føroyum. Hann verður í Kí Høllini í Klaksvík og økið rundan um høllina verður gjørt um til eitt tónleikaøki við barnalandi um dagin og livandi tónleiki.Eisini verða ymsar matarsølur o.a á økinum. Náttina eiga DJ´arnir ella Diskarnir, sum tað verður kallað nú á døgum. Høvuðsnavnið á DJ festivalinum verður týska sang/pop-fenomenið Cascada, sum hevur fleiri enn 10 hits um alt Evropa. Eisini koma DJ´s frá Danmark, m.a. DJ Empire, sum er kendur frá Sunny Beach.

vol. 01 PREI 29

Page 30: PREi - Vol.1 September 2012

Roknimaskinu hylki til iPhone 4Mamma og pápi tín fáa heilt sikkur tár í eyguni, tá tey síggja hesa roknimaskinuna frá 70-unum. Bæði støddin og vektin, eftir at tú hevur sett hetta iPhone hylki í tína iPhone, minnir ikki sørt um ta veruligu roknimaskinuna frá 70-unum. umframt at líkjast, so kann hon, saman við tíni iPhone, sjálvandi eisini rokna :)Kostar 99,- kr. á www.gadgets.dk

Lasso vínhaldariVit hava avgjørt ikki spælt í Photoshop ella viðgjørt myndina. Vínfløskan hongur faktiskt í leysarluft á bandinum! Orsøkin kemur her. Bandið er ikki eitt veruligt band, men er stívt. Mega kult! Hetta er rætta víngávan til pápan, abban, stjóran og einhvønn, sum elskar eitt gott glas av víni. Kostar 199,- kr. á www.gadgets.dk. Vínfløskan er ikki íroknað :)

gADgETS

dart knakarekkjaNú kanst tú hanga klæðini hjá tær og tínum gestum á ein sindur øðrvísi knaka - nevnliga ein knaga við dartpílum úr forkromaðum stáli. Knakarekkja er 17 cm breið og settið er við 3 pílum ;-) Kostar 199,- kr. á www.gadgets.dk.

Fá bankpakkan á vegginNú kanst tú fáa tín heilt egna bankapakka! Skrúva neyðsparibússuna á veggin og so er klárt at koyra smámyntirnar í. Gjøgnum glasfrontinum kanst tú fylgja við, so hvørt sum mongdin av myntum veksur. um tú einferð kemur í fíggarligar trupuleikar og fært fyri neyðini at brúka bankapakkan, so er bara eitt at gera, og tað er at bróta glasið. Men hugsa teg væl um, áðrenn tú brýtur, tí bankapakkin fæst bara eina ferð. Kostar 99,- kr. á www.gadgets.dk.

Stuttlig gadgets

- og gávuhugskot

á heimasíðuni www.gadgets.dk kanst tú finna eina ørgrynnu av stuttligum lutum og tólum, sum eru sera vælegnað sum gávulutir ella bara til stuttligt húsbrúk.Her er nøkur prei...

30 PREI SEPTEMBER 2012

Page 31: PREi - Vol.1 September 2012

vol. 01 PREI 31

Page 32: PREi - Vol.1 September 2012

matPREI í Havn

Kaffihúsið bjóðar morgunmatartallerk hvønn dag til kl. 13.00 - leygardag og sunnudag til kl. 14:00 fyri 88,-á morgunmatartellerkinum er jogurt v/ músli og ahornsyroppi, croissant, bagel, smør, ostur, skinka, rabarbusúltutoy, frískt pressað appelsindjús og minimuffin.

Carrello á Eystara Bryggju í Havn hevur stór døgurða-sjálvtøku borð mánadag til fríggjadag frá kl 11.30-14.00Nógvir heitir og kaldir rættir og umframt stórt salatborð.Et so nógv tú orkar fyri bara 98,-

Í Borðkróki kanst tú njóta góðan morgunmat og lesa bløðini. Tað ber eisini til at fáa sær ein lættan frokost við salat, smyrjibreyði, suppu ella tvíflís. av drekkivørum fæst kaffi, the, vín, øl og sodavatn. upplatingartíðir: Mánadag - Leygardag: 10.00 - 17.00. Sunnudag: 14.00 - 17.00.

Morgunmatartallerkur í kaffihúsinum

SJÁLVTØKUBORÐ í CARRELLO

SALATBARR í bORÐkRókI

HEVuR TÚ ROYnT?

32 PREI SEPTEMBER 2012

Page 33: PREi - Vol.1 September 2012

Ring og hoyr meira á 35 87 87 ella

far inn á www.kaffihusid.fo.

VEITSLU- OGFUNDARHØLIRVIÐ EYÐSÝNDUMFYRIMUNUM –MITT Í BÝNUM

Page 34: PREi - Vol.1 September 2012

annfinn Brekkstein

Heðin Mortensen

Marin Katrina Frýdal

34 PREI SEPTEMBER 2012

Page 35: PREi - Vol.1 September 2012

Vit síggja tey ofta í miðlunum, og hava øll eina greiða fatan og okkara meining um hesi fólkini. Men hvørji eru tey í veruleikanum? Hvussu eru tey heima við hús? Og hvat halda avvarandi um at pápi, mamman ella abbin arbeiðir innanfyri politikk?

POLITIkkARAR sæddir úr einum øðrum vinkli

Vit fara á næstu blaðsíðum at seta avíkavist døtrum og abbadóttur hjá býráðspolitikkarum í Tórshavnar Kommunu stevnu.

TEkSTUR ELSa MaRia MaGNuSaRDóTTiR OLSEN mYndIR HEiNESEN MyNDiR

Sjúrður Olsen

vol. 01 PREI 35

Page 36: PREi - Vol.1 September 2012

mARIn kATRInA FRýdAL51 árBýráðspolitikkari í 8 ár

– Eg havi ofta sagt við hana, um at reypa eitt sindur meira.

Men, hetta er kanska tann stóri munurin á konu- og mannfólki. Mannfólkini gera ofta meira um seg, meðan kvinnurnar ikki leggja líka so nógv í at fáa æruna fyri avrikið. Mamma gleðist meira um úrslitið, sigur Yrsa, ið er elsta dóttir Marin Katrinu Frýdal.

Marin Katrina er einasta kvinn u liga umboð fyri Tjóðveldi í Tórshavnar Býráð.

Marin Katrina hevur 8 ár á baki sum býráðspolitikkari.

Fleiri kenna Marin Katrinu sum ein av forsprákarunum fyri m.ø. ókeypis bussleið, kloakkskipanum til reinsan av áum og vágum, námX og súkklubreytum í Tórshavnar

Kommunu. Hon hevur nevniliga verið forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráði øll árini; eitt lítið kvinnuligt áhugamál kann onkur kanska halda.

Yrsa er eitt vend heima í Føroyum. Hon býr annars í Íslandi, har hon hevur lisið sálarfrøði. Komandi tíðin fer til at finna útav, hvat hon víðari skal takast við.

Yrsa, systirin Æsa og lítli beigg-in Sakir, sita um borðið í sera hugnaligu og eitt sindur avsíðis húsunum við Skraddara gøtu í Hoydølum.

Pápi Æsu og Sakir, Tróndur, ið er maður Marin Katrinu, gongur uttanfyri og laðar nýggjan garð. Meðan elsti sonurin, Eindri, er til arbeiðis. Marin Katrina sjálv er ikki til samrøðuna, tí hon hevur úr at gera við øðrum, hóast summarferia er á skránni, tá samrøðan verður gjørd.

HvUSSU vILjA bøRnInI LýSA mAmmU TEIRRA, mARIn kATRInU FRýdAL?– Við at siga tað stutt, so er mamma eitt treiskt, viljasterkt, festligt og náttúruelskandi menniskja.

Hon gevur ongantíð upp. Og setur hon sær nakað fyri, so fullførir hon tað. gevur ikki upp á hálvum vegi.

Og so hevur hon altíð fult álit á okkum, og hon hevur altíð stuðla okkum í at røkja okkara áhugamál. Og okkara vinfólk eru altíð vælkomin heima hjá okkum. Mangan hava vit hildið ungdómsball her heima, og hóast húsið ikki altíð hevur sæð so gott út morgunin eftir, hevur hon ongantíð verið ill um tað. Hon gongur meira inn fyri at fólk skulu hugna sær og hava tað gott, heldur enn at taka sær av tí materiella, greiðir Æsa frá.

Marin Katrina Frýdal hevur bæði útbúgving innan tekstil og hevur eisini ein bachelor í stjórnmálafrøði.

FAkTA Um um Marin Katrinu

nAvn Marin Katrina FrýdalALdUR51 árYRkIFulltrúi í almannaverkinumGIFT vIÐTróndi G. LeivssyniúTbúGvInG · Prógv frá Danmarks Textil institut/ullarverksmiðjuni Gefjun á akureyri, · FD-prógv frá Danmarks Forvaltninsgs-háskúla, · B.S.Sc Prógv í stjórnmálafrøði frá Fróðskaparsetri FøroyabøRnyrsa (27)Æsa (18)Eindri (17)Sakir (10)

yrsa dóttir

Æsa dóttir

36 PREI SEPTEMBER 2012

Page 37: PREi - Vol.1 September 2012

Ein útbúgving, hon hevur tikið, samstundis sum hon hevur sitið í býráðnum.

Hon hevur arbeitt sum fulltrúi í nærverkinum tey seinastu skjótt trý árini. Áðrenn hetta arbeiddi hon á sosialu deild hjá býráðnum. umframt tað er hon býráðspolitkkari alt sam døgrið. Yrkisleiðin hevur eisini fevnt um arbeiði sum pantifúti

á gjaldstovuni og sum prísansari á gamla Prísráðnum.

– Mamma hevur altíð stríðst fyri síni søk. Tá eg var ikki meir enn 2 ára gomul, stóð mamma brádliga einsamøll eftir við mær og einum stórum nýbygdum húsum á Velba-stað, tá pápi og hon fóru hvør til sítt. Hon kundi gjørt sum so nógv onnur, rýmt av landinum. Men hon

varð eftir í Føroyum, hon stríddist og hon kláraði tað. Hon stríddist fyri at klára seg, og við góðari hjálp frá familju og vinum fekk hon tað at bera til. Harafturat hevði hon eisini orku til frívillugt arbeiði við náttavaktum á Kvinnuhúsinum í viku skiftunum, sigur Yrsa og dylir ikki fyri, at hon er errin av mammu síni.

– Eg trúgvi at hetta hevur givið henni gott grundarlag og styrki til at arbeiða innanfyri og føra politikk í dag.

kAnn mAnn ROknA vIÐ AT SÍGGjA nAkRAn TYkkARA Í POLITIkkI?– Eg veit ikki heilt. Vit hava ikki heilt tað sama at stríðast fyri í Íslandi, sum í Føroyum. Eg má nokk seta meg nakað betri í politisku støðuna, sum hon er í Íslandi, áðrenn eg finni uppá at blanda meg upp í politikk har, sigur Yrsa.

Æsa gongur hinvegin nærri fótasporunum hjá mammu síni. Hon er virkin í unga Tjóðveldi og hevur verið tað síðan 2010. Hon er sera áhugað í samfelagsviðurskiftum.

– Eg luttaki har fyri at gera mín part av arbeiðinum, sum skal til fyri at reka politiskt arbeiði. Men tað verður helst ongantíð at eg fari at stilla upp til val. •

Marin Katrina Frýdal mamma

"Hon gongur meira inn fyri at fólk skulu hugna sær og hava tað gott, heldur enn at taka sær av tí materiella, greiðir Æsa frá."

vol. 01 PREI 37

Page 38: PREi - Vol.1 September 2012

Heðin Mortensenabbi

Gunn R. Joensenabbadóttir

38 PREI SEPTEMBER 2012

Page 39: PREi - Vol.1 September 2012

HEÐIn mORTEnSEn66 árBýráðspolitikkari í 40 ár

Vit hava sett gunn R. Joensen stevnu beint undan ólavsøku.

gunn er elst av teimum skjótt 9 abba børnunum, ið Heðin Mortensen eigur.

Ikki var lætt at avtala nakað tíðspunkt til samrøðuna, tí nógv er at orðna hjá gunn undan ólavsøkuni. Men ímillum alt arbeiðið fingu vit kroyst eina avtalu inn.

Beint, sum vit skulu til at byrja samrøðuna, ringir fartelefonin hjá gunn. Hon hevur nógv jørn í eldinum og í løtuni er tað vaktarskema til ‘Vatnbóltarnar’, ið kunnu roynast ímeðan ólavsøkan er, ið skal fáast uppá pláss.

– Her líkjast vit bæði akkurát. Telefonin hjá mær ringir allatíðina eins og hjá honum, sigur gunn og setist niður aftur á sofuna.

Hon leggur afturat, at eftir Barna-festivalin, sum hon fyrireikaði, skfiti hon ringitóna alt fyri eitt – hon orkaði ikki alla hesa uppmerksamheitina.

Tí líka so nógv, tey bæði líkjast við at hava nógv jørn í eldinum, so líkjast tey ikki, tá talan er um uppmerksomheitina og áhugan, tað hevur við sær, at vera fyriskipari.

– Eg haldi, at honum dámar tað eitt sindur betri enn eg geri, sigur gunn við einum brosi.

Heðin Mortensen er abbi gunn. Hann hevur verið borgarstjóri fyri Tórshavnar kommunu seinastu 8 árini. Áðrenn hetta var hann ÍSF forseti og hevur tískil altíð verið ein

maður og ein abbi, ið hevur havt úr at gera.

– Eg haldi ikki, at hansara arbeiði hevur ávirkað meg ella okkum abbabørn á nakran sum helst hátt. Vit eru altíð komin í fremstu røð og okkara lítlu ting og áhugamál hava altíð havt nógv at siga fyri bæði abba og ommu.

Sjálv hevur gunn altíð íðkað nógvan fimleik og dans, og í dag undirvísir hon í báðum greinum.

mEn FRá SjónARvInkLInUm Hjá EInUm AbbAbARnI, HvøR ER SO HEÐIn mORTEnSEn?– Fyri at siga tað stutt, so er abbi ein 66 ára gamal maður við sera barnsligum lyndi. Eitt nú átti hann tað feitasta rennihjólið, áðrenn naka r av okkum abbabørnum átti eitt. Hann er við upp á alt og er allatíðina í gongd. Í roynd og veru skilji eg ikki heilt, hvussu hann hevur tíð til alt. Men við sínum føstu rutinum fær hann alt at hanga saman, sigur gunn, men er skjót at leggja afturat:

– Enntá allar føðingardags heils-a n irnar á Facebook skrivar hann sjálv ur! Og so er allur illgruni frá fólki um, at borgar stjórin brúkar onnu r fólk at viðlíkahalda sítt Facebook hervið jarðaður.

Áðrenn undirritaða fær stundir at skriva sær øll hesi orðini niður, er gunn farin víðari:

– Eg haldi ikki abbi er ein politikkari – hann er ein borgarstjóri. Hann kemur í øllum førum ikki undir, tað sum eg vil seta í samband við ein politikkara – ein ið situr niðri, fundast og kjakast. Abbi klárar ikki at sita í frið í alt ov langa tíð. Hann er ótolin uppá tann

góða mátan – tí fær hann eisini so nógv av skafti.

HvUSSU TEkUR Tú TAÐ, Tá AbbI TÍn ER Í mIÐLUnUm OG kAnSkA EnnTá FYRI ákOYRInGUm?– Hann dugir sera væl at skilja ímillum lívið sum politikkari og lívið sum abbi. Eg síggi ongantíð á honum, um tað er nakað. Hinvegin duga vit, øll hini í familjuni, kanska ikki so væl at takla tað. Eg minnist serliga væl, hvussu eg kundi brúka fleiri tímar í fólkaskúlanum at sita og verja abba, um tað var onkur, ið segði okkurt ímóti honum ella hansara handlingum.

kAnn mAnn ROknA vIÐ AT SÍGGjA TEG Í POLITIkkI SEInnI?– Abbi sigur, at eg eri ov sart, og tað er nokk eisini nakað um tað. Tann eginleikin hvørvur kanska við aldrinum. Sum nú er haldi eg ikki eg hevði klárað meg.

Men kemur tað hartil, at eg ynski at koma í politikk, so skal eg nokk eisini koma tað. Eg eins og abbi geri alt hundrað prosent og arbeiði hart til tað eydnast.

Hvørt gunn so verður at síggja á politiska leikpallinum, verður spenn andi at síggja. Eitt er tó vist, og tað er, at henda unga daman brennur fyri nógvum og hevur sínar sterku meiningar. um hesir eginleikar so í síðsta enda føra hana inn í politikk, vil tíðin vísa.

Við nærum 40 ára royndum í politikki hevur abbin nógv at oysa av, um gunn skuldi fingið áhuga.

Men har er eisini eitt heilt ætt ar-lið ímillum gunn og abban! •

FAkTA Um um Heðin

nAvnHeðin Mortensen

ALdUR66 ár

YRkIBorgarstjóri í Tórshavnar Kommunu

úTbúGvInG· Maskin- ogbilmekanikkari · Bilsýnis- og tryggingarmaður

bøRn4

AbbAbøRn8 (9. er á veg)

"Eitt nú átti hann tað feitasta rennihjólið, áðrenn nakar av okkum abbabørnum átti eitt."

vol. 01 PREI 39

Page 40: PREi - Vol.1 September 2012

SjúRÐUR OLSEn47 árBýráðspolitikkari í 12 ár

Í nýggju húsunum á Haraldstrøð í Havn situr

Angela Olsen (22 ár) saman við dóttrini Emiliu. 9 mánaðar gamla Emilia er síðstu vikuna heima, áðrenn hon fer at byrja í vøggustovu.

Angela er einasta dóttir bý ráðs-politikkaran Sjúrð Olsen. Sjúrður situr í løtuni sítt triðja valskeið og stillar uppaftur til komandi býráðsval.

Vit hava í hesi samrøðu vent býráðspolitikkaran eitt sindur á høvdið. Her er tað dótturin, ið sleppur framat at greiða frá pápa sínum, um hvør hann er og hvussu politikkur ávirkar teirra gerandisdag.

HvøR ER SjúRÐUR OLSEn ?– Fyri at siga tað stutt, so kann mann siga, at hann er ein blandingur av Mr. Bean og Frank Hvam, sigur Angela við einum stórum smíli.

– Hetta sigi eg, tí hann heima hjá okkum meir enn so kann finna uppá at smákiksa við úttalilsum ella handlingum. Kanska er hann í so bragdligur, sigur Angela, og kemur lítla løtu seinni í tankar um eina hending, ið fór fram fyri nøkrum árum síðan.

– Serliga væl minnist eg, tá vit vóru øll familjan ein túr úti í Havnadali við jeepinum. Jú, jeepurin kundi alt, enntá koyra á vatninum – pástóð pápi. Hann koyrdi eisini á vatni, men so byrjaði so smátt at ganga galið. Vatnið kom bara longur og longur upp og til endans kom vatn í motorin og hann oyðilegðist.

– Hóast eg samanlíkni hann við tílíkar persónar, so haldi eg, at hendan hendingin samstundis er ein góð mynd av hansara persónligheit.

Hann sær ikki forðingar fyri framman, men heldur møguleikar. Roynir mann seg ikki, so veit mann heldur ikki, um tað eydnast. Hann ið onki vágar, hann onki vinnur.

Soleiðis sigur Angela, ið er einasta dótturin millum báðar synirnar Remi (26 ár) og Teit (20 ár).

umframt tey trý børnini hevur Sjúrður í dag 2 abbabørn, 1 ára gomlu Leu (dóttir Remi) og 9 mánaðar gomlu Emiliu (dóttir Angelu).

– Babba hevur ein ótrúliga alsk til djór. Tá vit vóru lítil høvdu vit hestar og brúktu nógva tíð saman um tað. Í dag, nú børnini eru flogin úr reiðrinum, hevur hann ein hund,

ein mops, ið eitur Bella. Hon er hansara eitt og alt – hon sleppur enntá at sova ímillum viðhvørt.

HvUSSU nóGv FYLLUR POLITIkkUR Hjá TYkkUm?

– Hann dugir væl at halda politikkinum burtur frá okkara familjulívi. Skilt á tann hátt, at vit sita ikki og práta politikk við hús sum so.

Tá er tað hinvegin onnur ting, ið fylla nógv hjá honum. Hann er við í so nógv um øðrum, umframt politikki.

Sjúrður Olsen er umframt at verða politikkari eisini íðin AB´ari. Hann hev ur seinastu árini sitið sum

angela Olsen dóttir

40 PREI SEPTEMBER 2012

Page 41: PREi - Vol.1 September 2012

formaður í FC Argir, ið er felagið, sum rekur besta liðshópin hjá monnum hjá AB.

Angela og sjeikurin Morten, ið leikar fyri besta liðið hjá AB, eru fyri kortum flutt inn í nýggj hús í Havn. Her búleikast lítla familjan nú.

– Sjeikurin hjá mær er eitt sindur á sama hátt. Teir báðir kunnu brúka fleiri tímar at sita og kjakast og diskutera. gevur ongin seg, so enda teir inni á google fyri at finna rætta svarið, sigur Angela og bæði smílist og ristir við høvdinum.

– Á hendan hátt má mann siga, at hann er ein rættur politikkari. Hann er tryggur í síni søk og gevur seg ikki, fyrrenn hann hevur fingið mótsvarið prógvað.

Hetta er triðja valskeiðið, Sjúrður Olsen situr í býráðnum.

Politikkur er annars ikki nakað, ið eyðkennir familjuna. Men tá hann fyri nú 12 árum síðan brádliga varð biðin at stilla upp, kom tað ikki óvart á familjuna.

– nú var eg sjálvandi bert 10 ára gomul tá, men at babba endaði í politikki undrar meg als ikki. Hann er ein persónur, ið gleðist av at gleða onnur – tað er drívmegin hjá honum. Í politikki fær hann gjørt nakað við tað, sum hann ella onnur eru misnøgd við. Sjálvandi gongur tað

onkuntíð ímóti, men tá tað gongur væl, so gleðist hann serliga nógv.

– Hann er ein so opin, erligur og hjálpsamur persónur. Øll, ið kenna hann, eru góð við hann og umvent. Hann er ikki ein persónur, ið mann bara er súrur inná – honum dámar sera illa at gera fólk kedd.

Einastu ferð tað kann koma eitt ilt orð úr honum og hann er súrur, tað er, tá AB tapir, sigur Angela at enda við einum skeivum smíli. •

"Fyri at siga tað stutt, so kann mann siga, at hann er ein blanding av Mr. Bean og Frank Hvam."

Sjúrður Olsen pápi

FAkTA Um um Sjúrð

nAvnSjúrður Olsen

ALdUR47 ár

GIFTUR vIÐElin Olsen

YRkISølustjóri í Bygma Balslev

úTbúGvInG10. flokk

bøRnRemi (26)angela (22)Teitur (20)

AbbAbøRnLea Emilia

vol. 01 PREI 41

Page 42: PREi - Vol.1 September 2012

AnnFInn bREkkSTEIn52 árBýráðspolitikkari í 20 ár

Í 10 ár syrgdi hann fyri, at føroying ar fingu føroysk egg á

handilshillu num. Í dag er fryntligi velbastaðmaðurin bankamaður og politikari, meðan frítíðin fer til náttúruna og familjuna. Vit hitta elstu dóttrin a, Anju, til eitt prát um býráðs politik ar an og pápan, Annfinn Brekkstein.

náttúrumenniskja og familjumenniskja. Tað eru fyrstu orðini, ið 26 ára gamla Anja Brekkstein setir á pápa sín.

– Hann elskar at ganga í náttúr-uni og fæst nógv við kríatúr. Tað veri seg seyð ella gæs. Teir eru tríggir, sum í felag røkja umleið 80 seyðir í einum haga á Velbastað. Og harumframt hava teir gásapør

við ungum, ið sjálvandi krevja sítt. Honum dámar tað, annars hevði hann ikki gjørt tað, sigur Anja Brekkstein avgjørd.

Hetta við djórunum hevur hon arvað. Tað er sjón fyri søgn, nú vit hitta hana til eitt prát Yviri við Strond í Havn, har hon ansar hús og tvær kettur fyri familju, ið er og ferðast.

– Jú, eg elski djór, sigur Anja stórsmílandi við báðum kettunum í føvninginum og váttar samstundis arvin frá pápanum.

Í 10 ár vóru djórini gerandisdag-urin, arbeiðið og livibreyðið hjá Annfinni. Tá vóru tað tó hvørki seyður ella gæs, men hønur. Hann átti og rak fyritøkuna Føroya Egg á Velbastað. Hóast fyritøkan lat aftur í 2008, kemur heitið ”hønumaðurin” framvegis upp at venda viðhvørt, tá peilast ella prikast skal inn á Annfinn.

– Har høvdu vit nógvar góðar løtur saman, pápi og eg. Tað var eitt spennandi og mennandi arbeiði. Ein vinkona og eg arbeiddu á egg-virkinum, bæði um vikuskiftini og í frítíðini, og tað gav sjálvandi eitt gott fíggjarligt íkast skúlaárini, greiðir Anja frá.

Í dag er Annfinn bankamaður, varaleiðari á deildini fyri privatlán í Eik Banka í Tórshavn, umframt at nógv tíð fer til býráðspolitikkin.

FAmILjUmAÐURInFamiljan hevur altíð havt sera stóran týdning fyri Annfinn. Sam an við konuni Ruth setti hann føtur undir egið borð í heimbygdini Velba staður, á Stórheyggi omanfyri barndómsheimið og garðin, har tey fýra systkini vuksu upp.

– Pápi er eitt familjumenniskja burturav. Hann hugsar nógv um familjuna, og hevur hann til dømis

annfinn pápi

anja dóttir

42 PREI SEPTEMBER 2012

Page 43: PREi - Vol.1 September 2012

FAkTA Um um Annfinn

nAvnannfinn Brekkstein

ALdUR52 ár

GIFTUR vIÐRuth

YRkIVaraleiðari á deildini fyri privatlán í Eik Banka í Tórshavn

úTbúGvInGBankaútbúgving og goymslu-og skrivstovu-útbúving

bøRnanja (26) Gunnvør (17)

ikki hoyrt frá onkrum í familjuni eina tíð, so ringir hann. Og er okkurt á vási í familjuni, so verður eisini ofta ringt til hansara. Hann gevur sær stundir at tosa, og sær eisini ofta møguleikarnar í teimum trupulleikum, ið máttu stungið seg upp, greiðir Anja frá.

Snotiligu og væl hildnu, gulu húsini á Stórheyggi eru karmurin um familjumannin Annfinn, men síðstu árini er barndómsheimið hjá konuni Ruth, sum er ættað úr nólsoy, komið afturat.

– Í fjørsummar brúkti pápi alla sína frítíð til at umvæla húsini úti í nólsoy. Mammu og pápa dáma sera væl at ferðast í nólsoy um vikuskiftini, har tey slappa av og njóta vøkru náttúruna og mongu hagatúrarnar, bæði norður í Stong og út á Borðuna. Sum yngri elskaði pápi at fleyga lunda har úti. Tað merkist enn á honum, tá fleygatíðin nærkast, leggur Anja flennandi afturat.

Anja fjalir ikki útyvir, at pápin hevur ilt við at binda frið. Í summar fóru fríløturnar eitt nú til at hegna í haganum, mála bátin og gera vaskikjallara.

– Hann situr ongantíð í frið, hevur nógv jørn í eldinum. So nógv, at tað til tíðir kann tykjast ov nógv av tí góða. Men hinvegin, so dugir hann ikki at vera til, um hann einki hevur at takast við. Tá gongur hann bara og melur runt um seg sjálvan og argar okkum heima við hús, greiðir Anja frá.

Meðan Anja, sambært sær sjálv-ari, hevur lært at lesa pápan av í so máta, so er yngra systurin, 17 ára

gamla gunnvør, eitt lættari offur.– Hann heldur tað vera sera stutt-

ligt at arga systir mína, tí hon bítur á hvørja ferð og so byrjar kjakið. Har eru tey bæði ógvuliga lík, meðan mamma og eg eru meira niðri á jørðini og lata bara sum luft, tá tað lagið er á honum.

bERSøGInEin politikari er ein almennur persónur við øllum tí, ið hartil hoyrir. Anja fylgir við í politiska lívinum hjá pápanum, eisini tá hann er í andgletti. Annfinn er bersøgin av lyndi og dámar best at siga tingini beint út, og tað kann viðhvørt geva onkran stoytin ella keðiliga viðmerking. Hartil er Annfinn einasta umboð hjá Sambandsflokkinum í Tórshavnar Býráð, og kann tí ikki skáka sær undan, meðan floksfelagar taka politisku dystirnar.

– Eg haldi meg duga væl at síggja mun á politikaranum og pápanum. Politiskar orrustur í miðlunum taki eg mær ikki av, tað klárar hann sjálvur. Men hinvegin merki eg væl á honum, tá okkurt er á vási. Tá kann hann viðhvørt vera meira fjarur í prátinum og brúkar eisini meira tíð á skrivstovuni heima við hús. Vit duga eftirhondini at lesa hann av, og royna sjálvandi at stuðla

honum í slíkum støðum. Men hann er treiskur, og tað er allarhelst ein góður eginleiki, eisini í politikki, sigur Anja Brekkstein og viðgongur, at bersøgni stílurin hjá pápanum viðhvørt fær hana at leita til mammu na fyrst:

– Onkuntíð, tá man bara hevur brúk fyri troystarfullum orðum, er meira upplagt at fara til mammu, sigur Anja smílandi.

kEnnIR SEG AFTUR Í PáPAnUmHóast politikkur ikki er partur av hvørjum døgurðaborði hjá familjuni á Stórheyggi, so fyllir politikkurin tó somikið nógv, at Anja veit neyvt, hvar og hvat pápin stendur fyri.

– Sjálv havi eg ikki so stóran áhuga fyri politikki, men eg havi stóran áhuga fyri teimum gomlu og veiku í samfelagnum, teimum sonevndu bleytu virðunum. Eg veit, at pápi er sosialt liberalt sinnaður, og at hans ara sannføring er, at tey sterkastu í samfelagnum skulu bera tyngstu byrðarnar í einum samfelag, har tey veiku fáa neyðugu hjálpina. Tað er ein góð sannføring, haldi eg, sigur Anja Brekkstein um pápan, Annfinn. •

"Hann heldur tað vera sera stutt ligt at arga systir mína, tí hon bítur á hvørja ferð og so byrjar kjakið."

vol. 01 PREI 43

Page 44: PREi - Vol.1 September 2012

Jana eigur Faroefitness og hevur 25 ára royndir innan fitness og kost. Jana er útbúgvin økonoma, fitness-, lið- og Junglesportinstruktør. Undirvísir í fitness, persónligari venjing, sirkulvenjing og Jungle-sport og hevur klænkiskeið og kostráðgeving.

44 PREI SEPTEMBER 2012

Page 45: PREi - Vol.1 September 2012

1 HaLT aFTuRViÐ KuLHyDRaTuM

alt breyð og knekkbreyð, rískakur, kakur, eplir, rís, pasta, bollar, havragrýn og mysli.

2 ONKiSuKuR

Køkur, góðgæti, saft, ís og annað søtt. Turkað frukt og annað, sum inni heldur goymt sukur. Saknar tú tað søta kanst tú ístaðin brúka stevia, eitt natúrligt søtistoff, sum søtar 200 – 300 ferðir so nógv sum sukur. ikki eta kunstig søtistoff.

3SaMaNSETMáLTÍÐiRNaR RÆTT

Máltíðirnar skulu innihalda proteinir, feittstoff og grønmeti. (sí portións-mongd og protein-mongd á næstu síðu)

4TÚ SLEPPuR FRá aT TELJa KaLORiuR

Niðanfyri sært tú hvussu nógv protein og feitt tú skalt hava pr. máltíð. Tú mást nokk viga matin at byrja við, fyri at síggja mongd ina, men eftirhondini so lærir tú at gita teg fram til mongdinar.

5DREKK NóGVVaTN

Byrja morgunin við at drekka hálvan litur av vatni, tí tú ert dehydrerað um nátt ina. Drekk eisini um dagin, tí um tú ikki drekkur nóg mikið, fellur títt stoffskifti og tú hevur ilt við at koma niður í vekt og blívur móð.

6DREKK KaFFi ViÐ MáTa, MEN SO NóGV TE TÚ

HEVuR HuG TiLDrekk í mesta lagi tríggjar koppar av kaffi og tann seinasta koppin klokkan trý, so koffeinið kann náa at koma úr kroppinum áðrenn tú fert í song. Nýggir kost- og venjinga vanar gera, at tú gott kann blíva móð, so kroppurin hevur brúk fyri góðum svøvni til at byggja seg uppaftur og geva yvirskot og orku til dagin eftir. Manglar tú svøvn, setur feittið seg lættari á búkin.

7EiTT LÍTiÐ SiNDuRaV aLKOHOL ER OK

Tú kanst drekka alkohol, t.d. eitt glas av reyðvíni, til eitt ella tvey av tínum “snýtimáltíðum” (sí næstu síðu). alkohol fær teg til at eta meira og setir tína feittforbrenning niður.

8VEL TEy RøTTuFEiTTSTOFFiNi

Vel tey sløgini, sum eru so lítið viðgjørd sum gjørligt: smør, kaldpressaðar oljur, t.d. oliven, raps, hørfræ og valnøtuolja og supp lera við nøtum, kjarnum og frø.

9SNýTi-MáLTÍÐ

Fyri at gera tað so yvirkomiligt sum gjørligt, kanst tú geva tær loyvi til 4 “snytimáltíð” gjøgnum hesar 8 vikurnar. Tað kann vera okkurt sum tú saknar sera nógv. T.d. ein bolla við osti, havragrýn til morgunmat, góðgæti ella eitt glas av víni. Men bara fýra ferð upp á átta vikur, restina av tíðini skalt tú halda teg 100% til ætlanina fyri at síggja eitt so gott úrslit sum gjørligt.

Fyri at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt, er best at taka eina til tvær vikur útreinsning, har tú bara etur ella drekkur grønmeti og frukt. Hetta merkir at tú mást eiga eina juice master maskinu og ein blendara. Viku tvey til trý etur tú suppu og salat afturat. Og framhaldandi kanst tú eta mat sum gevur slættan búk.

FLATAn búk

tey 9 ráðini

vol. 01 PREI 45

Page 46: PREi - Vol.1 September 2012

1. SqUAT Besta venjingin fyri reyv og lør2. mULTI HIP AFTAn Einføld venjing fyri reyv3. bOnkPRESS Fyrsta fetið til eina flotta bringu4. InCLInE dUmbbELL FLYES Gevur eisini eina flotta bringu,

men meiri ovarlaga5. LOwER bACk Lower back venjing gevur tær

sterkari lendar6. SHOULdER PRESS Gevur tær flottan krops burð,

og taljan sær minni út7. bEInHEvjInG Einføld og løtt venjing og sera

góð fyri kokubotnin8. STAbILITY Einføld og løtt venjing sum

styrkir korsettið9. InvERTEd ROw Gevur tær ein góðan

kropsburð10. OmEGA Torfør, men úrslitagóð venjing11. UmvEnT PLAnkA Serliga gott fyri lendar og reyv

SkImASkInAEr bæði ein stepp- og krossmaskina í einum, ið rørir teir størstu vøddarnar í kroppi num: reyv og lør.

vARIOmASkInARørir eisini reyv og lør, men rørslan er frá síðu til síðu, og tí verður uttara og innara síðan av lørunum styrkt.

STYRkI- vEnjInG

UPPHITInG

allar venjingarnar skulu verða gjørdar 3 x 10, og vektin skal vera so tung, at tú akkurát megnar at gera 10 reps.

Tað er umráðandi at vera heitur, áðrenn ein venur styrkivenjing, tí tað fyri byrgir skaða. Hita upp í 10-15 minuttir við td. Vario og Ski maskinunum. Tær hava inn bygt sjónvarp og alnet. Vektin skal vera so tung, at tú akkurát megnar at gera 10 reps.

46 PREI SEPTEMBER 2012

Page 47: PREi - Vol.1 September 2012

1

3

4 11

5

7

9

8

10

6

vol. 01 PREI 47

Page 48: PREi - Vol.1 September 2012

Áðrenn morgunmat › Eina spísiskeið av fiskaolju, sum hjálpir móti svongd og móti at munga eftir søtum seinnapartin.

› Hálvan litur av vatni omaná fiskaoljuna.Morgunmat

› Eina portión protein frá 1. prioritet. › Eina portión av fitievni.› Grønmeti ad libitum frá 1. prioritet.› Evt. eina frukt.

Miðmáli› Eina portión protein frá 1. proritet.› 1 protión fitievni.› Minst helvtin av tallerkinum skal veragrønmeti frá 1. proritet.

Nátturði› 1 portión protein frá 1. proritet.› 1 portión fitievni.› Helvtin av tallerkinum skal vera grønmeti frá 1. proritet 2. proritets grønmeti kanst tú eta 3 ferðir um vikuna.

Millummáltíðir› Grønmeti ella frukt (kann eisini vera pressað).

› Nakað av protein ella fitievni til tað grøna.› Lurta eftir tíni svongdarkenslu – øll hava ikki brúk fyri einari stórari millum máltíð.

1 portión av fitievni

1 spsk. Olja1 tsk. Nøtusmør uttan sukur1 tsk. Smør1 tsk. Kokosolja20 gr Feta1 skivu 45 % ost10 Nøtir/mandlur (5 paranøtir)1,5 spsk. Fræ ella Kjarnur0,5 Avocado

frukt

Tú kanst eta tvær fruktir um dagin, tó bara eina um dagin frá proritet 2.

1. PRORITETSúrepli, grape, appelsin, nek­tarin, melón, bláber, bromber, hindber, jørðber, kiwi, polemo, granata eplakjarnur.

2. PRORITETBanan, ananas, mango, papaja, víndrúir og sharon.

grønmeti

Til høvusmáltíðirnar kanst tú eta alt tað tú vilt av grønmeti frá lista 1. Grønmeti frá lista 2. Kanst tú eta trýggjar ferðir um vikuna.

1. PRORITETBroccoli, agurk, asparges (frísk), blomkál, øll sløg av kál td spids kál, reyðkál, rosenkál, grønkál, hvíttkál osfr, piparfrukt, tomatir. Øll sløg av salat, t.d. romani, kinakál osvfr, spinatbløð, bladselleri, bønuspírar, grøn ar bønir og fennikel.

2. PRORITETGularøtur, søt eplir, reyðrøtur, jarðskokkar, pastinak, per sillu­rót, ertur og majs.

proteinir

1. PRIORITETFisk, kjøt, flogfenað, skeljadýr, egg, bjølgfruktir, so sum linsur, bønir ol.

2. PRORITETSmáttuost, skyr, griksk jogurt 2%, ost, kvark og cultura, A 38.

HVuSSu STóR ER 1 PORTióN?

RáVøRuR ViÐ 1. OG 2. PRiORiTETiFyri at fáa eitt so gott útslit sum gjørligt er her ein listi yvir 1. og 2. prioritet yvir frukt, grønmeti og protein.

SOLEiÐiS SKaLT TÚ ETa máltíð fyri máltíð

1 portión av proteinum

125 – 150 g Flogfenað125 – 150 g Oksakjøt125 – 150 g Fisk200 g Skeljadýr2 – 3 Egg100 g Linsir100 g Bønir100 g Quinua100 g Kikertrar

48 PREI SEPTEMBER 2012

Page 49: PREi - Vol.1 September 2012

HALT AFTur við mATi, Sum SETir SEG á BúKiN,so sum øli, víni, brennivíni, nudlum, hvítum breyði, bakaðum eplum, hvítum rísi, góðgæti og sodavatni.

HEr Eru Fimm dØmi um GóðAN mAT Fyri AT FáA FLATAN BúK: Hesi eru full av sunnum feittsýrum og fipuri: Hasselnøtir, ósaltaðar jarðnøtir, mandlur, havragrýn og avocado.

Fyri at fáa sum mest burturúr fyri búkin mást tú umframt sunnu feittsýrurnar fáa eina rúgvu av fipuri og fullkornsmati. Tess grønari tú etur, tess klænari verður tú um miðjuna. Best er at eta bæði upploysilig og óupploysilig fipur. Tey upploysiligu bólgna upp í maganum og metta væl, meðan hini seta ferð á sorningina. Best er at eta fjølbroytt, so tú fær fipur frá bæði grovum grønmeti, frukt, fullkorni og rug og havra.

Overva teg ikki og sov væl og nógv Tú verður aldri veruliga sunn/ur og kløn/klænur, um tú ert overvað/ur. Overving fær likamið at framleiða kortisol, sum goymir feitt um búkin og ger teg svangan eftir tí søta og ósunna. Fært tú ovlítlan svøvn virkar tað á sama hátt.

Ansa tí eftir overving og fá ovmikið av svøvni og hvíld, minst 7 til 8 tímar, um tú ynskir at gerast klænur um miðjuna og fáa ein sunnan maga.

FEiTTFRuMSKóGuR!Tað eru trý sløg av feitti.

Mettaðu feittsýrurnar hava fastan form í stovuhita, t.d. sum margarin og smør. Stutt sagt eru tær meira til skaða enn gagn. Hetta umfatar djórafiti, sum millum annað finst í viðskera og køkum.Ómettaðu feittsýrurnar eru tvinnar, einkultómettaðar (muFA) ella fleirómettaðar (PuFA). Tær eru sunnar, men tær einkultmettaðu eru sera góðar, um tú skalt tapa teg um miðjuna, eins og tær lækka kolesteroltalið.Fleirómettaðu feittsýrurnar innihalda evni, sum vit ikki kunnu framleiða sjálvi, men mugu fáa gjøgnum matin. Til dømis Omega 3 feittsýrur, sum vit fáa úr fiski, sunnari olju og nøtum.

MaTuR ViÐ HøGuM iNNiHaLDi aV MuFa EiNKuLTMETTaÐaR FEiTTSýRuR:

Vøra MUFA í gr/100 kcal/100 gr

Avocado 11,8 182

Avocadoolja 78,5 881

Cashewnøtur 23,3 599

Græskerjakjarnir 14,3 541

Havragrýn 2,18 380

Hasselnøtur 38,1 686

Hørfræ 5,5 482

macadamianøtur 58,8 718

mandlur 27 527

mayonnaise 43,6 710

myrk sjokuláta 9,4 534

Olivenolja 74,6 881

Oliven, grøn í laka 8,2 133

Oliven, svørt í olju 25 352

Pesto Genovese 37 564

Pinjukjarnur 18,8 673

rapsolja 55,5 881

Peanøtur 20,5 586

Pekannøtur 40,6 707

Pistacienøtur 23,4 566

Sesamfræ 18,7 566

vol. 01 PREI 49

Page 50: PREi - Vol.1 September 2012

TK-lysing til PREI 2012.indd 1 24/08/12 14.56

Page 51: PREi - Vol.1 September 2012

TK-lysing til PREI 2012.indd 1 24/08/12 14.56

Page 52: PREi - Vol.1 September 2012

ÍbúÐIR í miðbýin!

Eins og størru býirnir í londunum rundanum okkum, er Havnin vaksin nógv seinastu árini. Vøksturin hevur eitt nú havt við sær Hoyvík, argir og Norðasta Horn – meir ella minni eina spjaðing, frá sjálvum miðbýnum. Tílíkt hevur eisini við sær at miðbýurin tømist, serliga seint seinna partar. Hetta, má mann siga, er ein stórur trupulleiki, serliga tá talan er um ein høvuðsstað.

Nú liggur ein verkætlan á borðinum, við ítøkiligum ætlanum, ið kunnu fáa vend í.

Kommunuskúlagarðurin

Kommunuskúlin

Sjónleikarhúsið

Mimir

52 PREI SEPTEMBER 2012

Page 53: PREi - Vol.1 September 2012

FLEIRI íBúÐIR í BÝNUMFleiri íbúðir í miðbýnum! Soleiðis hevur ljóðað tey seinastu árini. at búgva tættari saman og fáa meira lív aftur millum húsini heldur enn at spjaðast. Men hvussu og hvar?

á býarkortinum er eitt øki, sum fellu r í eyg u-ni og hevur møguleikar fram um onn ur: Út ímóti Niels Finsens gøtu, gomlu høvuðs gøtuna í Havn, og millum tær báðar søguligu gøt ur nar, Tórsgøtu og Tróndargøtu, sum peik a beint oman í nýggja miðdepilin í býnum, Vágs botn og Vestaruvág: Har kundi tað verið.

KOMMUNUSKúLINGuli Kommunuskúlin varð bygdur fyri meira enn hálvthundrað árum síðani millum Sjónleikarhúsið og tað barnaríka “Rabarbu kvarter ið” í brekkunum vestanfyri. Her oman fyri Millum- og Realskúlan, sum tá var, stóðu barakkirnar hjá eingilskmonnunum. Nøkur ár eftir kríggið vórðu tær ruddaðar burtur, tann nýggi barnaskúlin varð reistur og var tá størsti og ein tann stásilig asti bygningur í býnum. ø

vol. 01 PREI 53

Page 54: PREi - Vol.1 September 2012

Tann stóri býarvøksturin og øll ferð s lan, sum fylgdu við hesum vøkstri, broytti støðuna so hvørt. aðrir skúlar vórðu bygd ir, og børnini, sum fyrr gingu sjálv í skúla og heimaftur úr skúla, spjaddust og vóru ikki longur sami týðandi part ur av býarmyndini.

Síðani legðist aldur á skúlan, brekini blivu sjónsk, og soppur varð staðfestur. at enda vórðu

børnini flutt í aðrar skúlar at ganga, til myndugleikarnir hava avgjørt, hvat skal henda við skúlabygninginum.

Tað var gott at síggja nógv børn í býnum, men tað var ikki altíð líka trygt, serliga ikki morgnar á vetri, at skula koyra børnini og seta tey av við skúl an, næstan øll í senn, í myrkri og roki av bilum.

BÝARVøKSTUR OG FERÐSLA

54 PREI SEPTEMBER 2012

Page 55: PREi - Vol.1 September 2012

MITT í BÝNUMMen framvegis stendur henda stóra lonin í sama stað mitt í býnum. Verður avgerðin tikin, at bygningurin skal ikki vera skúli longur, er tað møguligt at geva honum eitt øðrvísi og nýtt lív, eisini við børnum. Men nú við børnum hjá teimum, sum har búgva. ung ar familjur, sum fyrstu ferð skulu seta búgv ella familjur, sum kanska eru komar heimaftur eftir lokna útbúgving. Ella fólk, sum kundu ynsk t sær eina býaríbúð, soleiðis sum tað sæst aðrastaðni, heldur enn at búgva í einum sethúsum onkustaðni í útjaðaranum.

at búgva væl, nær við allar hentleikar, við Viðarlundini beint omanfyri og Vaglinum og Vágsbotni beint niðanfyri. Tað hevði borið til, og tað hevði gjørt býnum stóran mun.

vol. 01 PREI 55

Page 56: PREi - Vol.1 September 2012

Verður skúlin umbygdur til í búð ir, verður alt tikið innan úr bygning-inum, so bert tann nakni, men soppa fríi og fríski skrokkurin stend ur eftir. Tá ber tað til at bjálva væl og rætt í samsvari við dagsins kunn leika og krøvum og yvirhøvur at velja orkubestu loysnirnar fyri alla bygg ing ina. Hetta er gott ikki bara fyri umhvørvið, men eisini fyri raksturin av íbúðunum.

Við hesum í huga hava LBF, SNa og artiCon, sum áður hava samstarvað um størri verkætlanir, nú í nakrar mánaðir arbeitt við einum verk - ætlan aruppskoti, har ætlanin er at byggja Kommunu skúlan um til íbúðir.

Í løtuni verður kannað, hvuss u bygg ingin og íbúðarformurin kann skipast. Eisini verða fígging ar- og íleggjara møguleikar nir kannaðir. •

LbF RáÐGEvAndIvERkFRøÐInGARStovnað 1964Starvsfólk 25

Úrvaldar verkætlanir· Boðanesheimið· Røktarheimið á Grønanesi· Skúlin við Løgmannabreyt· Landssjúkrahúsið· Skúlin við Løkin

ARTICOnStovnað 2001Starvsfólk 110

Úrvaldar verkætlanir· Boðanesheimið· Skúlin á argjahamri· Skúlin við Løkin· Tinghúsið· Heiðagarður – íbúðir í Runavík

SnA ARkITEkTURStovnað 2001Starvsfólk 11

Úrvaldar verkætlanir· Boðanesheimið· Røktarheimið á Grønanesi· Íbúðir undir Kongavarða· Giljanes skúli· Heiðagarður – íbúðir í Runavík

GRøNAR íBúÐIR

56 PREI SEPTEMBER 2012

Page 57: PREi - Vol.1 September 2012

Tú velir sjálv/ur, um tú vilt hava fasta ella variabla rentu. Tú kanst velja at gjalda lánið aftur í einum tíðarskeiði upp til 8 ár. Tú kanst eisini fíggja eykaútgerð og tilhoyr. Og tú kanst fíggja ein persónbil móti at gjalda minst 25% í hondina, tó í minsta lagi 20.000 krónur.

Reyni Service fíggjar bæði nýg-gjar og brúktar bilar. Lánið verður avgreitt beinanvegin á staðnum. Føst renta merkir, at tíðarskeið og

avgjald liggja púra fast. altso veist tú í dag akkurát, hvar restskuldin er um fýra ár. Velir tú fasta rentu hevur tú trygd fyri, at hvørki avdráttartíðin ella rentan verður broytt.

Tú kanst eisini velja variabla ren-tu. Fellir rentan minkar gjaldið, men hækkar rentan, so hækkar gjaldið. Tosa við Reyni Service um hetta.Gjaldstíðin kann leggjast eftir tínum tørvi, soleiðis at tú tryggjar, at frívirði altíð verður í bilinum. Við keyp av

nýggjum bili kanst tú velja upp til 8 ára afturgjaldstíð, er bilurin brúktur, verður avgjaldstíðin lagað hareftir. Bilurin skal verða útgoldin, tá hann er 10 ár.

Í løtuni bjóðar Reyni Finans rentu heilt niður á 4.8%. Sí annars talvurnar.

Vilt tú hava meira at vita, ber til at kanna heimasíðuna reyniservice.fo ella at tosa við sølufólkið hjá Reyni Service. •

bILLán FRá Reyni Service

Lánini eru fyrimunarlig hjá privatum keyparum, uttan mun til, um talan er um nýggjan ella brúktan bil. Fyrimunirnir eru eyðsýndir og rættiliga nógvir.

vol. 01 PREI 57

Page 58: PREi - Vol.1 September 2012

58 PREI SEPTEMBER 2012

Page 59: PREi - Vol.1 September 2012

Jógvan Poulsen eigur og rekur fyritøkuna Bokhald.fo, hvørs mál er at veita dygdargóðar bókhaldstænastur. Harumframt er Jógvan eisini partaeigari í grannskoðaravirkinum numero í Klaksvík.

 Jógvan er ein rættiliga sjáldsamur grannskoðari á tann hátt, at hóast drúgvar royndir og sera góða útbúgving á hægsta stigi hevur hann ongantíð lisið uttanlands. Hetta hóast hann er cand.merc.aud. og hevur HD í roknskapi og seks ára royndir í almennari grannskoðan og seks ára royndir í privatari grannskoðan og roknskaparhaldi.

Í ár 2000, tá Jógvan 20 ára gamal hevði staðið Hægri Handilsskúlaprógv, fekk hann starv á Landsgrannskoðanini. Har starvaðist hann í 6 ár, og var hetta besta førleikamenning, sum nakar grannskoðari kann ynskja sær á yrkisleiðini.

Hetta arbeiðið gav innlit í alt alment roknskaparhald, eftirlit og grannskoðan av landskassans mongu økjum. Stovnurin

hevði stak góða og neyva leiðsu við Leivi Harryson sum stjóra.

Eftir arbeiðstíð las Jógvan HD í roknskaparfrøði sum fjarlestur frá hægri lærustovni í Danmark.

Í 2006 valdi Jógvan at flyta úr almennari yvir í privata grannskoðaravinnu. Hann fekk starv á grannskoðaravirkinum Inpact og var har í 5 ár. Hesi árini helt lesturin fram eftir arbeiðstíð, og stóð Jógvan endaligu próvtøkurnar í HD í 2007.

Eftir at hava tikið prógv í føroyskum skattarætti í 2008 gjørdist hann skrásettur grannskoðari.

Síðan fór hann undir cand.merc.aud. útbúgvingina og stóð hana á sumri 2011. Hann ætlar nú at taka prógv sum løggildur grannskoðari. Tá Jógvan hevur staðið hesa royndina, verður hann, sum nú sær út, fyrsti grannskoðarin, sum tekur løggildingina við nýggju føroysku próvtøkuni og eftir nýggju lóggávuni á økinum.

 

FøROYSkT úTbúGvIn GRAnnSkOÐARITað er ikki altíð neyðugt at flyta av landinum í lestrar-ørindum til tess at fáa eina útbúgving á hægsta stigi. Jógvan Poulsen, grannskoðari, er eitt gott dømi um tað.

vol. 01 PREI 59

Page 60: PREi - Vol.1 September 2012

LISIÐ Í FøROYUm UTTAn STUÐUL

Sum sæst á greinini hevur Jógvan staðið bæði HD í roknskaparfrøði og cand.merc.aud. við fjarlestri, meðan hann hevur búð og arbeitt í Føroyum. Tað man vera heldur sjáldsamt, tí nú eru so góðir stuðulsmøguleikar hjá ungum føroyskum lesandi. Tey kunnu savna kreftirnar til at lesa burtur av uttan at hugsa um at skula fíggja lesturin.

Eitt er at lesa, meðan ein arbeiðir. Annað er at lesa seg lidnan til prógv í Føroym uttan at vera longri tíðarskeið uttanlands í lestrarørindum. Tað at arbeiða og lesa samstundis leggur hald á flestu vøkutímarnar í samdøgrinum, er hart, og gevur lítla avlopstíð til samveru við familju, vinir og felagar.

- Samanumtikið eri eg fegin um, at eg valdi hesa leiðina við lestri og arbeiði saman, tí hetta gevur eisini lestrinum størri innihald, samstundis sum ein fær førleikan at avrika veruligar arbeiðsuppgávur í vinnuni. Ein búnast av at læra seg at arbeiða frá ungum í staðin fyri at brúka tey fyrstu 5 til 7 árini til teoretiskan lærdóm burturav, sigur Jógvan Poulsen.

- Kanska átti ein at fett sær á og verið errin og fegin um, at ein rindaði skatt av arbeiðsinntøku, meðan ein las, so at onkur annar kundi fáa hesar krónurnar at lesa fyri uttanlands,” leggur Jógvan smílandi afturat.

- Tað at stuðla fólki til at fara av landinum at lesa hægri lestur, hevur tíverri við sær, at bert helmingurin kemur aftur til Føroya eftir loknan lestur. Tí er tað heldur

óheppið, at tey ungu, ið velja at arbeiða og lesa samstundis, ikki fáa nakran fíggjarligan styrk ella fyrimun, um ikki annað so til bøkur, sigur Jógvan at enda.

bókHALd OG GRAnnSkOÐAn Við hesum førningini av

útbúgvingum og verkligum royndum rekur Jógvan í dag bókhaldhaldsvirkið Sp/f Bokhald.fo.

Bokhald.fo hevur nú at byrja við tvey starvsfólk, men við vaksandi virksemi er ætlanin at seta fleiri so hvørt.

Jógvan er eisini nýggjur partaeigari í grannskoðaravirkinum numero í Klaksvík, sum Símun Absalonsen og Victor nielsen hava átt og rikið í fleiri ár. Hetta samstarvið hevur hilnast sera væl, og Jógvan væntar nógv gott av hesum samstarvi frameftir. •

FAkTAJógvan Poulsen, 32 ár

Giftur við astrið BreckmannDóttirin Lý kom í januar 2012

útbúgvingar:Hægri Handilsskúli (2000)

HD í roknskapi (2007)Føroyskur skattarættur (2008)

Skrásettur grannskoðari (2008)Cand.merc.aud. (2011)

Starvsroyndir:Landsgrannskoðanin (2000-2006)

Grannskoðaravirkið inpact (2006-2010)Kringvarp Føroya (2010-2011)

Numero, løggilt grannskoðaravirki (2011- )Bokhald.fo (2011- )

- Tað at stuðla fólki til at fara av landinum at lesa hægri lestur, hevur tíverri við sær, at bert helmingurin kemur aftur til Føroya eftir loknan lestur.

60 PREI SEPTEMBER 2012

Page 61: PREi - Vol.1 September 2012

- Nýggir kundar eru sera vælkomnir, nú vit eru við at byggja fyritøkuna upp. Vit lata góð og óbindandi tilboð, sigur Jógvan Poulsen, grannskoðari.

Tænasturnar eru á hægsta støði, tí Jógvan er útbúgvin grannskoðari og hevur 12 ára starvsroyndir í grannskoðan og roknskaparhaldi.

Bokhald.fo hevur eina einfalda visión við sínum virksemi. Visiónin er, at fyritøkan skal gerast kend fyri at veita dygdargóðar tænastur.

Starvsfólkini leggja seg tilvitað eftir, at tænastan er góð, t.e. at arbeiðið er gjørt við dygd, rættleika, trúnað og trygd fyri eyga.

Tænasturnar umfata bókhald, debitorstýring, innheinting, kreditorstýring, roknskaparuppseting, mvg-uppgerð, skattauppgerð, sjálvuppgávur, skattavegleiðing og fíggjarliga ráðgeving.

Øll eru vælkomin at venda sær til okkara til at fáa eitt prát og óbindandi tilboð. Vit veita bæði stórum og smáum fyritøkum tænastur.

Nýtt bókhaldsvirki á grannskoðarastøði

Sp/f Bokhald.fo • Tjarnarlág 18 • Tórshavn • Tel 293900 • [email protected]

Bokhald.fo er ein nýggj bókhaldsfyritøka í Havn. Jógvan Poulsen, grannskoðari, eigur og rekur fyritøkuna, sum í løtuni hevur 2 starvsfólk.

Page 62: PREi - Vol.1 September 2012

vITA HAvnARmEnn nAkAÐ um seyð og djórahald?

Tað eru nógvar ofta fordómsfullar vallarasøgur um havnarmenn at hoyra. Fyri tey, sum ikki kenna veruligu viðurskiftini og søguna, so er lætt at trúgva summum av hesum, so ofta verður tað endurtikið. Hugsi t.d. um vælumtóktu sendingina “Fólksins Rødd” eitt kvøldið, har menn Heima á Sandi stuttleikaðu sær óført um, at havnarmenn ikki høvdu skil á seyði.

Sjálvandi er tað skemt, men kortini halda mong, at soleiðis er tað. Fá kenna hinvegin tann veruleika, at hóast Sandoyggin mangan verður nevnd landbúnaðaroyggj burturav, og nógvur landbúnaður er aðrastaðir, so umboðar Tórshavnar kommuna kortini helvtina av øllum lønarútgjaldingum í hesi vinnugrein.

Eg fari at loyva mær at pástanda, at tað ikki er nógvarstaðir, at fólk vita meira um seyða- og gásarhald, enn júst í Havn. Tað eru ikki so nógvar bóndagarðar í Havn, hóast nógvir eru í kommununi – men tað hava verið fleiri enn 160 traðarmenn í senn

Í andsøgn til vallarasøgurnar er tað helst ein veruleiki, at fáir hava so gott skil á seyðahaldi og traðabrúki sum akkurát havnarmenn. Og fá munnu hava givið gætur, at Tórshavnar kommuna hagfrøðiliga umboðar helmingin av øllum landbúnaði í Føroyum.

SøGAn Um TRAÐIRnARTað er eitt sindur óvist, nær Havnin varð bygd, men Tórshavn er nevnd longu

í Føroyingasøgu frá um 1200, sum viðgerð tíðarskeiðið frá 85o til 1050. Gamli bóndagarðurin í Havn, Húsagarður, er helst landnámsgarður. Havnin veksur spakuliga, tingstaður var í Havn, og tað er trúligt, at hansakeypmenn hava havt pakkhús og goymslur í Tinganesi longu um ár 1400.

upprunaliga hoyrdi ongin jørð til Havnina, hvørki innan- ella uttangarðs. afturi í 1617 fingu havnarmenn loyvi at skera flag til teking og at skera torv. Sum frá leið fingu teir loyvi at velta, tó uttan at eiga traðirnar.

Húsagarður og handilin í Tinganesi høvdu brúk fyri arbeiðsfólki, og so smátt fara fólk at flyta til Havnar. Kirkjubøur var setur fyri lærdómi og trúarlívi, Havnin fekk latínskúla stutt eftir trúbótina, hevði kirkju (og fekk størstu kirkju í Føroyum í 1609) og Magnus Heinason bygdi Skansan í 1580, har 35 menn arbeiddu.

Tá búgva altso í Havn ein blanding av handverkarum, útróðrarmonnum, tænastufólki, bønarmonnum við handilin, umframt donsku embætismennirnar. um 1600 búgva bara 150 fólk í Havn.

Tá Ryberg setir handilin á stovn í Vágsbotni er vert at leggja til merkis, at Vágsbotnur tá lá uttanfyri Havnina. árini 1768 til 1793 var vakstrartíð í býnum, eisini við nógvum útlendskum arbeiðsfólki. Tiltikna Nótafelagið varð sett á stovn og fólkið í Havn fekk einkarætt at kasta nót eftir seiði á báðum vágunum. Í 1801 búðu 554 fólk í Havn.

TEkSTUR óLa JáKuP RóLaNTSSON

- Eg fari at loyva mær at pástanda,

at tað ikki er nógvarstaðir, at fólk vita meira um seyða-

og gásarhald, enn júst í Havn!

62 PREI SEPTEMBER 2012

Page 63: PREi - Vol.1 September 2012

í Havn. Og tað sigur ikki so lítið. Í dag eru fleiri enn hundrað loyvi.

TRAÐALóGInSum sæst v.m. í søguni um traðirnar, so

byrjaði býurin at vaksa frá umleið 1768. Men nakað annað av stórum týdningi hendi eisini. Í 1777 verður lóg sett í gildi, sum bindir tey ognarleysu at gørðunum kring landið. Tá vóru tey fátæku farin at flyta til Havnar at leita eftir lønararbeiði, sum bønarmenn, tænastufólk, útróðrarmenn og hosubindarar, so tá fingu vit eina veruliga fæloysingastætt.

næsta stórhendingin er, at havnarfólk fingu høvi at leggja traðir inn og velta. Hetta hendi við kongligari fyriskipan í 1831, at leigu- og brúksrættur til traðir í Havn var formfestur. Traðalógin frá 1863 gav hartil havnarfólki høvið at keypa traðirnar. Longu tá gjørdist talan um ein sjálvbjargnisbúskap við smáum jarðarbrúkum, sum haraftrat høvdu útróður og seinni skipsfiskiskap sum grundarlag.

vol. 01 PREI 63

Page 64: PREi - Vol.1 September 2012

Og líka til dagin í dag hava traðirnar havt alstóran týdning fyri hundraðtals familjur í Havn. Av traðunum hava havnarfólk fingið seyð, gæs, dunnur, høsn og egg, epli og røtur. Traðarbrúkið førdi við sær, at fólk gjørdust sjálvstøðugari, og vanligt gjørdist, at tey, ið høvdu eitt sindur av jørð, eisini høvdu kúgv.

Schrøter skrivar í 1831, at traðirnar í Havn høvdu so stóran týdning, at ”ongin fátækrakassi, ja, neyvan nakar arbeiðsstovnur at hjálpa ørmum í Tórshavn, hevði munað afturímóti teirri avgrøði, sum hesar traðir geva … havnarfólk av almúgustætt hava tí verið og eru eitt fyridømi at fylgja eftir!” Stórigarður er eisini eitt dømi um samanhaldið millum traðamennirnar.

TRAÐIR OG InnLøGATraðir hava framvegis stóran týdning fyri eitt ótal

av familjum í Havn. Á traðunum er vanliga seyður, kanska eisini ein veðrur, gæs, høsn og dunnur. Hjá summum hevur innløgan frá traðunum øgiligan týdning fyri familjurnar. Várið er spennandi, tá gásin verpur, smálombini koma og síðan dunnu- og høsnarungar. um heystið skulu lombini takast og veðrurin eisini flettast.

Alt hetta virksemið ger, at tað millum ”upprunahavnarfólk” er minst líka vanligt at hava

gassgrýtu, roytingaramboð og flettiborð, góðan kjallara og hjall, sum tað er á bygd. Líka nógv siðvenja er knýtt at flettingini sum á bygd, og ikki minst er stákanin stór í Havn, tá gæsnar og dunnurnar verða tiknar til jóla.

Samanlagt er talan um stóra innløgu og stóra framleiðslu burturúr tí, sum traðirnar geva: egg, høsn, dunnur, gæs, feskt kjøt, skinsakjøt, ræst kjøt, turt skjøt, skerpikjøt, rullupylsur, kjøtpylsur, umframt epli og røtur o.s.fr.

Veruleikin er tann, at í dag hava fleiri enn hundrað familjur í Havn beinleiðis atgongd til traðir. Ofta eru fleiri familjur onkursvegna knýttar at eini trøð, og ofta er ein trøð eitt felagsprosjekt. Harnæst eru fleiri, sum hava frælsi í grannabygdum.

So samanlagt eru í Havn lutfalsliga rættiliga mong, sum vita væl um seyðahald og traðabrúk annars, eisini í mun til vanlig bygdafólk!

Hesa skipan eiga vit sjálvsagt sovítt møguligt at varðveita og útbyggja, og hevði ein framtíðar skipan við traðum og kolonihavum helst verið eitt spennandi prosjekt at farið undir at kanna nærri, við atliti at teimum stóru eindunum við grønum geirum í útbyggingunum, sum í framtíðini verða framdar í kommununi. •

HAvnARGáSVeruligir havnarmenn

hava kanska minni tørv á at keypa gás

í handlunum, teir hava gæs

á trøðni!

64 PREI SEPTEMBER 2012

Page 65: PREi - Vol.1 September 2012

Kvalitetsfóður til kettur og hundarSKYTTENs hunda- og kettufóður er framleitt síðan 1970 og inniheldur fisk og høsnarunga.

haldevni litevni aromaevni sojaprotein

SKYTTENS fóður inniheldur ikki:

Skyttens hunda- og kettufóður Høg góðska – lágur prísur

Fóðursølan

Turrfóður til vaksnar hundar við vanligum tørvi. Serlig oljublanding við týdningarmiklu omega-3 og omega-6 feittsýrunum gevur ein blankan og skínandi pels og syrgir fyri at pelsurin ikki gerst turrur.

Turrfóður til hvølpar, unghundar og tíkir, ið geva mjólk. SØCLA inniheldur lívsneyðug føðsluevni til hvølpar og tíkir við hvølpum. Eisini inniheldur SØCLA serliga oljublanding við týdningarmiklu omega-3 og omega-6 feittsýrunum.

Turrfóður til kettur við nógvum proteinum frá fiski, flogfenaði og eggum. Inniheldur úrdráttir úr høsnarungalivur, ið m.a. stimbrar smakkin. Inniheldur TAURIN, ið hevur týdning fyri nethinnuna, hjarta-muskulaturin og immunverjuna hjá kettuni.

Hundafóður2o kg SPECIAL

Hvølpafóður2o kg SØCLA

Kettufóður15 kg KAT

Tel. +298 50 20 22 www.fodursolan.com

Bílegg á fodursolan.comella á tel. 50 20 22ÓKEYPIS útkoyring í Tórshavn

Gra

fikm

aste

r.fo

Page 66: PREi - Vol.1 September 2012

Set tær sjálvum avbjóðingar.UPPLIv FøROYAR øÐRvÍSI úR kAjAkk

66 PREI SEPTEMBER 2012

Page 67: PREi - Vol.1 September 2012

Set tær sjálvum avbjóðingar.UPPLIv FøROYAR øÐRvÍSI úR kAjAkk

Teir hava júst róð vanliga sunnudagstúrin av álakeri út á Glyvursnes. Ein túrur, ið er uml. 7 km aftur og fram. Tveir menn einsamall ir í lítlu kajakkini í stóra og til tíðir harðbalna havinum kring Føroyar.

TEkSTUR ELSa MaRia MaGNuSaRDóTTiR OLSEN mYndIR HEiNESEN MyNDiR

vol. 01 PREI 67

Page 68: PREi - Vol.1 September 2012

Hetta er ein av mongu teinunum, teir plaga at rógva kring oyggjar okkara. Teir hava fyrr róð eitt nú ígjøgnum Sigmundarholu við Tjørnuvík, frá Kirkjubø í Sand oynna, runt Nólsoy og Hest . Við øðrum orðum

uppliva ta føroysku náttúruna á ein heilt øðrvísi hátt enn vit eru von við.

– Við eini kajakk sleppur tú fram at allastaðni. Serliga minnist eg einaferð, tá eg og ein annar róðu við Eystur-oynna. Útifrá sóu vit einki, men royndu tó at rógva inn ímóti. Brádliga var hon har, aftanfyri stóran fossin, ein stór hola, sigur 56 ára gamli Jóhann Laksáfoss, ið er ein av limunum í Havnar Kajakkfelag.

HAvnAR kAjAkkFELAGHavnar Kajakkfelag bleiv sett á stovn í 1997 og hevur tískil longu 15 ár á baki. Primus motor í Havnar Kajak felag var Jákup Jacobsen. Og tað var hann, sum í báðum førum fekk Jóhann og Páll at byrja við at rógva kajakk í Føroyum.

– Eg hevði roynt hesa ítróttina í Danmark, tá eg búði har í lestrar ørindum. Hetta var mest, fyri at royna at sleppa at brúka armarnar, tí eg annars bara var vanur við at venja fótbólt. Tað fann eg so beinan vegin útav, at bara at sleppa við at brúka armarnar ikki var nokk. Tá eg so flutti heim til Føroyar aftur síðst í 90’unum, so kláraði eg ikki at lata verða við at halda áfram, sigur Páll Danielsen.

68 PREI SEPTEMBER 2012

Page 69: PREi - Vol.1 September 2012

UPPRUnInKajakk hevur sín uppruna í grønlandi og kemur heitið “grønlendaravending” tískil heldur ikki frá ongum.

Qajaq er ein aldargamal veiðuhjálparmiðil, ið veiðumennirnir brúktu til at føra seg ígjøgnum havið, soleiðis at eitt nú kundi skjótast eftir kópi.

kAjAkk SUm ÍTRóTTARGREInÍ dag kenna vit kajakk meira sum eina ítróttargrein og harvið eisini kappingargrein. Men hetta er ikki nakað teir báðir Jóhann og Páll droyma um.

– Vit hava tosað um at koma undir ÍSF. Men, hetta hevur nøkur krøv við sær, eitt nú at skipa fyri kappingum. Tað er ikki ordiliga nakað vit arbeiða fram ímóti, sigur Páll og leggur Jóhann afturat: – Tað er ikki heilt tað sama at rógva kapp í einari kajakk í Føroyum í mun til Danmark.

vAndAmIkIÐ vIÐ kAjAkk Í FøROYUmFert tú út við kajakkini, í Føroyum, so er tað í fleiri førum at tú slett ikki sleppur upp á turt. Tað er við øðrum orðum meira vandamikið at rógva her og krevur tískil nógv meira av bæði rógvaranum og felagnum.

Í skrivandi løtu hevur felagið fingið nýggj høli í Ála keri. Frammanundan hevur felagið húsast í einum lítlum neysti, eisini úti við Álaker.

Limatalið í felagnum hevur ligið um tey 20-25 tey seinastu árini, men fara nýggju umstøðurnar hjá felagnum væntandi at økja um talið.

– Felagið eigur nakrar kajakkir, sum limir brúka og hevur tað tískil eisini altíð verið møguleiki hjá einum og hvørjum at royna seg. umstøðurnar hinvegin hava meir ella minni verið ein lítil forðing. Við tað at tað fjálga og sosiala ikki hevur ein møguleiki í einum køldum lítlum neysti, sigur Jóhann.

Páll Danielsen Jóhann Laksáfoss

vol. 01 PREI 69

Page 70: PREi - Vol.1 September 2012

UmSTøÐURumstøðurnar verða sum sagt betri, men tó verður ikki beinleiðis arbeitt fram ímóti at skipa fyri kapping um.

HvAT ER SO FRAmTÍÐARmáLIÐ FYRI FELAGIÐ ?– Málið er at fáa fleiri føroyingar at rógva við kajakk og harvið eisini sleppa at uppliva føroysku náttúruna á ein heilt annan hátt, enn mann er vanur við. Tú upplivir eisini tað sosiala, spenning, og um tú vilt, so fært tú eisini adrenalinið at pumpa. Tað er tú, eins a-mallur við náttúruni! •

70 PREI SEPTEMBER 2012

Page 71: PREi - Vol.1 September 2012

HEVUR TÚÓKORT?

199,- PR. SKÚLAÁRBÍLEGG Á O.FO/BILEGG

vol. 01 PREI 71

Page 72: PREi - Vol.1 September 2012

1. dAGURFlogferð Vágar – Keypmannahavn.

2. dAGURFlogferð Keypmannahavn – Krakow. Tá vit eru lend í Krakow, eta vit frokost, og síðani kekka vit inn á Hotel David. Seinnapartin fara vit ein rundtúr í býnum við ferðaleiðaranum og enda við túri á jólamarknaðinum. Síðani eta vit døgurða saman.

3. dAGURVið einum staðkendum ferðaleiðara hyggja vit nærri at søguliga miðbýnum í Krakow, sum m.a. hevur fleiri søguligar bygningar. Síðan verður tíð til at ganga og hyggja seg um og møguliga fáa íblástur til jólagávur.

4. dAGURuml. 100 km sunnan fyri Krakow við Tatrafjøllini liggur ”vetrarhøvuðsstaðurin” í Póllandi, sum kallast Zakopane. Vit fara við tannhjólsbananum niðan í fjøllini, har vit njóta vakra útsýnið yvir allan býin. Eftir ein góðan froskost í miðbýnum í Zakopane, hyggja vit nærri at lokala marknaðinum. um tað er nóg nógvur kavi, er møguleiki at fara skreiðutúr. Skreiðutúrurin kann bí leggj ast dagin fyri hjá ferðaleiðaranum. Seint seinnapart koyra vit so aftur til Krakow.

5. dAGURFlogferð Krakow – Keypmannahavn.

6. dAGURFlogferð Keypmannahavn – Vágar.

jóLAmARknAÐURí KrakowKom við á hugnaliga, árliga jólamarknaðin í Krakow. Býurin Krakow stendur sum ein søguligur minnisvarði yvir 1000 ár og er fyltur av nostalgi og romantikki. árligi jólamarknaðurin í Krakow bjóðar alt, sum hoyrir jólunum til. Vøkur hondverk, jólapynt, jólakøkur, gløgg og mangt annað. Møguleiki er eisini at vitja kavakløddu Tatrafjøllini, sum liggja beint sunnan fyri Krakow.

FERÐATÍÐARSkEIÐ Vel ímillum fráferð 29. november ella 6. desember 2012

ÍROknAÐ Í FERÐInI FYRI Hvønn ERFlogferð Vágar – Keyp-mannahavn t/r, flogferð Keypmannahavn – Krakow t/r, transfer, gisting í tríggjar nætur á Hotel David, 3 x morgunmat, 1 x frokost (dagur 3), 2 x døgurði (dagur 1 og 2), býar rundtúrur við staðkendum ferðaleiðara í Krakow, atgongd til Mariukirkjuna, heildags-túrur til Zakopane við staðkendum ferðaleiðara, stórur jólamarknaður í Krakow, túrur við tann-hjólsbananum niðan í Tatrafjøllini í Zakopane, danskur ferðaleiðari á øllum túrinum

IkkI ÍROknAÐGisting í Keypmannahavn í samband við fráferð og heimkomu, avboðstrygging og ferðatrygging.

HOTELLIÐHotel David*** er eitt lítið og sjarmerandi hotel, sum liggur í jødiska býarpartinum í Krakow við hópin av kaffihúsum og barrum tætt við. Hotellið liggur bert 10-15 min. til gongu frá jólamarknaði-num. Tú kanst taka sporvognin, sum steðgar beint við jólamarknaðin. øll kømurini á hotellinum eru rúmlig og nútímans við sjónvarpi, WC og bað, køliskápi, air-condition og interneti, og møguligt er at gera kaffi og te. á hotelli-num er ein sera góð og hugnalig morgunmatar-matstova.

kostnaður fyri hvønn úr

kr. 6.580,-Eykagjald fyri

einakamarkr. 775,-

FERÐATILBOÐ FRÁ FONN FLOG

72 PREI SEPTEMBER 2012

Page 73: PREi - Vol.1 September 2012

30. nOvEmbARFlogferð Vágar – Keypmannahavn.

1. dESEmbERVið bussi frá Keypmannahavn til Koblenz. Vit eta frokost ávegis til Koblenz, har vit koma um kvøldið. Tá vit eru komin umborð á cruise-skipið, fáa vit vælkomstdøgurða.

2. dESEmbERVit sigla frá Kublenz til Rudesheim. Her sigla vit m.a. framvið vakrasta strekkinum á túrinum, sum kallast “Romantiska Rhin”. Vit eru í Rudesheim á middegi. Eftir frokost koyra vit við bussinum til Niederwald Denkmal, sum hevur eitt sera vakurt útsýni yvir Rhinen. Bussurin koyrir síðani víðari til jólamarknaðin í Rudesheim. Eisini er møguleiki at taka renni-strongin oman aftur í býin – móti eykagjaldi. Jólamarknaðurin í Rudesheim hevur yvir 120 básar frá 12 ymiskum tjóðum, so her er nógv ymiskt spennandi at velja ímillum. Eftir døgurðan umborð á skipinum, ganga vit ein túr í festliga Drosselgasse, har vit hava møguleika at vitja ymisk kaffihús og barrir.

3. dESEmbERVit sigla frá Rudesheim til Mainz og síðani víðari til Frankfurt. Vit eru í Mainz fyrrapart. Mainz er ein sera hugnaligur býur við einum lívligum handilslívi. Stóri jólamarknaðurin “Skt. Nicholas” við yvir 100 básum liggur tætt við skipið. Eisini er møguligt at síggja flottu jólakrubbuna við figurum í menniskjastødd og 11 metur høgu jólapyramiduna. Her hava vit góða tíð at hyggja okkum um og njóta stemningin. Vit eta síðani seinan frokost umborð á skipinum meðan vit sigla víðari til Frankfurt. Vit sigla frá Rhinen og koma nú inn á ánna Main. Vit leggja at í Frankfurt og hava møguleika at vitja jólamarknaðin í Frankfurt, sum er frá 1393 og hervið elsti jólamarknaðurin í Týsklandi. Jólamarknaðurin hevur opið til kl 21.

4. dESEmbEREftir morgunmat koyra vit við bussinum frá Frankfurt aftur til Keypmannahavnar.

5. dESEmbERFlogferð Keypmannahavn – Vágar.

jóLACRUISEá RhinenFERÐATÍÐARSkEIÐ 30. november – 5. desember 2012

Minicruise á Rhinen, har vit sigla til teir ymisku týsku jólamarknaðirnar. Vit vitja m.a. Mainz, Rudesheim og Koblenz.

ÍROknAÐ Í FERÐInI FYRI Hvønn ERFlogferð Vágar – Keypmannahavn t/r, 4* bussferð, 3 x morgunmat, 4 x frokost, 3 x døgurði, 1 x vælkomstdrink, livandi tónleikur, øll avgjøld, vitjan á jólamarknaði í Mainz og í Rudesheim, drykkjupeningur til skipið, danskur ferðaleiðari á allari ferðini frá Keypmannahavn t/r.

IkkI ÍROknAÐGisting í Keypmanna-havn í samband við fráferð og heimkomu, avboðstrygging og ferðatrygging.

Um SkIPIÐVit sigla við MS Normandie***. umborð er pláss fyri 100 fólkum. øll koyggjukømur eru útvend við tveimum songum og stórum vindeygum. Koyggjukømurini hava WC v/brúsu, sjónvarp, telefon og hárturkara. Góð matstova er umborð og ein lounge við barr. Stórt sóldekk. Eingin lyft, men ein koyristólslyft til matstovuna. Loyvi er at roykja á sóldekkinum.

kostnaður fyri hvønn úr

kr. 7.285,-Eykagjald fyri

einakamar

kr. 500,-

Set teg í samband við Fonn Flog fyri at bíleggja ferð ella um tú vilt hoyra nærri. Ferðaskrivstovan, ið gevur tær

bestu upplivingarnar

TEL. 47 63 63 www.FOnnFLOG.FO

FERÐATILBOÐ FRÁ FONN FLOG

vol. 01 PREI 73

Page 74: PREi - Vol.1 September 2012

YSL Neglalakk frá Matas

Eygnaskuggar frá The Body Shop

Hálsketa frá Pieces

Skógvur frá Demmus

Buksur frá Rutzou- fáast í Margerita í SMS

T-shirt frá InWear- fæst í Margerita í SMS

Kjóli frá InWear- fæst í Margerita í SMS

Cartigan frá InWear- fæst í Margerita í SMS

Clutch frá InWear - fæst í Margerita í SMS

Ein av teimum best umtóktu heyst-litunum er blátt. Teir bláu tónarnir síggjast aftur - bæði í klæðum og í make-up’ini.

BLÁTT er hot

MÓTAPREI Í LITuM

74 PREI SEPTEMBER 2012

Page 75: PREi - Vol.1 September 2012

Tær nýtist ikki at vera vínkennari fyri at njóta hendan lekra heita litin, sum vit koma at síggja nógv til teir næstu mánaðarnar...

Buksur frá Vila- fáast í VeroModa í SMS

BORDEAUX

Skjúrta frá InWear- fáast í Margerita í SMS

T-shirt frá InWear- fæst í Margerita í SMS

Cartigan frá InWear- fæst í Margerita í SMS

Turriklæði frá InWear- fæst í Margerita í SMS

Shorts frá Vila- fáast í VeroModa í SMS

Leðurjakki frá Vila- fáast í VeroModa í SMS

Blazer frá Modstrøm- fæst í Gelluni í SMS

YSL Neglalakk frá Matas

Eygnaskuggar frá The Body Shop

Hálsketa frá Pieces

Skógvur frá Demmus

Buksur frá Rutzou- fáast í Margerita í SMS

T-shirt frá InWear- fæst í Margerita í SMS

Kjóli frá InWear- fæst í Margerita í SMS

Cartigan frá InWear- fæst í Margerita í SMS

Clutch frá InWear - fæst í Margerita í SMS

Ein av teimum best umtóktu heyst-litunum er blátt. Teir bláu tónarnir síggjast aftur - bæði í klæðum og í make-up’ini.

BLÁTT er hot

MÓTAPREI Í LITuM

vol. 01 PREI 75

Page 76: PREi - Vol.1 September 2012

76 PREI SEPTEMBER 2012

Page 77: PREi - Vol.1 September 2012
Page 78: PREi - Vol.1 September 2012

Troyggja frá by Malene Birger- fæst í Margerita í SMS

Tær meira róligu farvurnar vera eisini at síggja. Her eitt mix av myrkabláum og brúnligum tónum.

Turriklæði frá InWear- fæst í Margerita í SMS

Húgva frá InWear- fæst í Margerita í SMS

Taska frá Pieces í SMS

Blazer frá InWear- fæst í Margerita í SMS

Stivli frá Blink- fæst í Demmus í SMS

Blusa frá VeroModa í SMS

Blusa frá VeroModa í SMS

YSL frá Matas í SMS

Kjóli frá InWear- fæst í Margerita í SMS

T-Shirt frá InWear- fæst í Margerita í SMS

Buksur frá by Malene Birger- fáast í Margerita í SMS

JØRÐ litirGLIMMUR

Alt sum glitrar...... Tað ELSKA vit

Niðurdeilur frá Modstrøm- fæst í Gelluni í SMS

Leðurkjóli fra by Malene Birger - fæst í Margerita í SMS

Buksur frá InWear- fæst í Margerita í SMS

Clutch frá Pieces í SMS

Frakki frá Vila- fæst í VeroModa í SMS

T-Shirt frá Modstrøm- fæst í Gelluni í SMS

Skjúrta frá VeroModa í SMS

Skógvur by MB - fæst í Margerita í SMS

Ringur frá Dixie- fæst í Gelluni í SMS

Hálsketa frá Pieces í SMS

Shimmer frá The Body Shop

YSL Concealer frá Matas

MÓTAPREI Í LITuM

78 PREI SEPTEMBER 2012

Page 79: PREi - Vol.1 September 2012

Troyggja frá by Malene Birger- fæst í Margerita í SMS

Tær meira róligu farvurnar vera eisini at síggja. Her eitt mix av myrkabláum og brúnligum tónum.

Turriklæði frá InWear- fæst í Margerita í SMS

Húgva frá InWear- fæst í Margerita í SMS

Taska frá Pieces í SMS

Blazer frá InWear- fæst í Margerita í SMS

Stivli frá Blink- fæst í Demmus í SMS

Blusa frá VeroModa í SMS

Blusa frá VeroModa í SMS

YSL frá Matas í SMS

Kjóli frá InWear- fæst í Margerita í SMS

T-Shirt frá InWear- fæst í Margerita í SMS

Buksur frá by Malene Birger- fáast í Margerita í SMS

JØRÐ litirGLIMMUR

Alt sum glitrar...... Tað ELSKA vit

Niðurdeilur frá Modstrøm- fæst í Gelluni í SMS

Leðurkjóli fra by Malene Birger - fæst í Margerita í SMS

Buksur frá InWear- fæst í Margerita í SMS

Clutch frá Pieces í SMS

Frakki frá Vila- fæst í VeroModa í SMS

T-Shirt frá Modstrøm- fæst í Gelluni í SMS

Skjúrta frá VeroModa í SMS

Skógvur by MB - fæst í Margerita í SMS

Ringur frá Dixie- fæst í Gelluni í SMS

Hálsketa frá Pieces í SMS

Shimmer frá The Body Shop

YSL Concealer frá Matas

MÓTAPREI Í LITuM

vol. 01 PREI 79

Page 80: PREi - Vol.1 September 2012

MÓTAPREI Í LITuM

Ljósagrátt er eisini ein litunum, ið vit fara at síggja nógv til. Allir snið-gevararnir hava ymiskar variatiónir av ljósagráum við í teirra úrvali, so tú kanst rokna við, at hetta er “it”-liturin í heyst.

GRÁTT og rátt

Frakki frá InWear- fæst í Margerita

Jakki frá InWear- fæst í Margerita

Blusa frá InWear- fæst í Margerita Jakki frá InWear

- fæst í Margerita

Buksur frá Rutzou

Stivli frá SixMixBlusa frá InWear

- fæst í MargeritaTroyggja frá InWear- fæst í Margerita

80 PREI SEPTEMBER 2012

Page 81: PREi - Vol.1 September 2012

Burtur við tí litleysa... Gev nattúrliga vakurleikanum eitt litstrálandi mótspæl - og persónligi stílurin er tryggjaður. Her eru nøkur prei...

LITIR og prei

YSL luktilsi- fæst í Matas

YSL neglalakk- fæst í Matas

YSL putur- fæst í Matas

Sun Glow- fæst í The Body Shop

Eygnaskuggar- fæst í The Body Shop

Blush- fæst í The Body Shop

YSL varrastift- fæst í Matas

MÓTAPREI Í LITuM

vol. 01 PREI 81

Page 82: PREi - Vol.1 September 2012

MODELLiR/PETRiNa

Mótarák og PREI

SAmSkIPAn PETRiNa MaRia BERG mYndIR SuNVa EySTuROy LaSSEN (MuRELDuR)

82 PREI SEPTEMBER 2012

Page 83: PREi - Vol.1 September 2012

MODELLiR/PETRiNa

RAGnHILd dAm Skjúrta frá inwear fæst í MargeritaShorts Tusnelda Bloch fæst í MargeritaTusnelda Bloch Strikk frakki fæst í Margeritaarmprýði frá Malan Fosaa fæst hjá ÖströmSkógvar frá Skóhorninum

vol. 01 PREI 83

Page 84: PREi - Vol.1 September 2012

84 PREI SEPTEMBER 2012

Page 85: PREi - Vol.1 September 2012

jUAnITA SCHRøTER HOLm Kjóli frá Soulmade fæst hjá ÖströmJakki frá Bertoni fæst í KallkynHosur og gummiskógvar frá andreasi í Vágsbotniipad taska frá Malan Fosaa fæst hjá ÖströmOyraprýði Mikalina Glas

vol. 01 PREI 85

Page 86: PREi - Vol.1 September 2012

86 PREI SEPTEMBER 2012

Page 87: PREi - Vol.1 September 2012

SISSAL CARLSdóTTIR á LAGTroyggja frá XOXO anjaLangar harraundirbuksur frá andriasi í Vágsbotniarmprýði XOXO anjaSkógvar frá Skóhorninum

vol. 01 PREI 87

Page 88: PREi - Vol.1 September 2012

jóRUn REGInSdóTTIRadidas jakki fæst frá Thomas Dam ÍtróttiSkirt frá Malene Birger fæst í MargeritaSkógvar frá Skóhorninum

88 PREI SEPTEMBER 2012

Page 89: PREi - Vol.1 September 2012

bELIndA SIGmUndSdóTTIR bERG Troyggja frá XOXO anja

Ringur frá Mikalina Glasundirbuksur frá andreasi í Vágsbotni

vol. 01 PREI 89

Page 90: PREi - Vol.1 September 2012

bELIndA SIGmUndSdóTTIR bERGTroyggja frá XOXO anjaRingur frá MikalinaGlasundirbuksur frá andreasi í Vágsbotni

90 PREI SEPTEMBER 2012

Page 91: PREi - Vol.1 September 2012

mARITA á RóGvU Jakki frá inWear fæst í MargeritaBuksur XOXO anjaHálsprýði frá MikalinaGlas fæst hjá ÖströmBrillur frá Linsuni

vol. 01 PREI 91

Page 92: PREi - Vol.1 September 2012

Torfinsgøta 6 100 Tórshavn Tel. 314768SALONG LILJANMATRIX

Ein røð, sum er ríkað við Moringaolju!Ein av náttúrunar bestu oljum við sterkum antioxidantum. Flestu kvinnur halda sítt hár vera óblankt og litleyst, men ynskja, at hárið er glitrandi blankt, fult av nøring og av bestu dygd. Ímynda tær at nøkta allan henda tørv í einum!

MICRO-OIL SHAMPOOEitt framúrskarandi skúm, sum dýbdarreinsar hárið og gevur hárinum ta nøring, tí tørvar til uppbygging. Úrslitið er eitt silkibleytt, púra nátúrligt og sunt hár. Uttan parabenir!

OIL RITUAL MASQUEEndurskapar glans og bleytleika og ger hárið lættari at arbeiða við. Maskan slættar og ger hárið bleytt uttan at brúka silikon ella parabenir.

REPLENISHING TREATMENTEin fjølbroytt røkt til hárið, sum hjálpir at skapa glans, samstundis sum hon verjir hárið móti umhvørvisárinum og ger hárið lætt at fáast við.

Nýtt í Føroyum

92 PREI SEPTEMBER 2012

Page 93: PREi - Vol.1 September 2012

Torfinsgøta 6 100 Tórshavn Tel. 314768SALONG LILJANMATRIX

Ein røð, sum er ríkað við Moringaolju!Ein av náttúrunar bestu oljum við sterkum antioxidantum. Flestu kvinnur halda sítt hár vera óblankt og litleyst, men ynskja, at hárið er glitrandi blankt, fult av nøring og av bestu dygd. Ímynda tær at nøkta allan henda tørv í einum!

MICRO-OIL SHAMPOOEitt framúrskarandi skúm, sum dýbdarreinsar hárið og gevur hárinum ta nøring, tí tørvar til uppbygging. Úrslitið er eitt silkibleytt, púra nátúrligt og sunt hár. Uttan parabenir!

OIL RITUAL MASQUEEndurskapar glans og bleytleika og ger hárið lættari at arbeiða við. Maskan slættar og ger hárið bleytt uttan at brúka silikon ella parabenir.

REPLENISHING TREATMENTEin fjølbroytt røkt til hárið, sum hjálpir at skapa glans, samstundis sum hon verjir hárið móti umhvørvisárinum og ger hárið lætt at fáast við.

Nýtt í Føroyum

Page 94: PREi - Vol.1 September 2012

TEkSTUR ELSa MaRia MaGNuSaRDóTTiR OLSEN

LEYP Í TAÐSigrar geva sjálvsálitinum eitt »boost«

94 PREI SEPTEMBER 2012

Page 95: PREi - Vol.1 September 2012

At siga at mann fær fólk at trúgva uppá seg sjálvan aftur, eru løtt orð at siga,

men hvussu er tað í roynd og veru møguligt at brúka føroysku náttúruna til at menna fólk mentalt?

– Tað vísur seg ofta, at fólk ið halda seg verða bangin fyri vatni ella hæddum, og tí hava hildið seg langt vekk frá hesum, í roynd og veru ikki ræðast tað, tá samanum kemur. Vit geva hesum fólkum avbjóðingar, har tey bjóða sær sjálvum av. Leypa tey í tað, so upp liva tey eitt slag av sigri. Smáu sigranir geva sjálvsálitinum eitt lítið "boost" og fáa í síðsta enda fólk at trúgva uppá seg sjálvan.

– Vit uppliva, at fólk ikki koma við, um tey vita hvat tey skulu. Men

í síðsta enda eru tey fegin um at tey hava gjørt tað.

Fólk avgerða sjálvi, um tey taka av. Vit leggja tó upp til at tey koma heilt fram til avbjóðingina. Eitt nú at tey taka klatriselar á seg ella lata seg í eina turrdrakt – tá liggur sjálv avbjóðingin so tætt við. Og snýr tað seg í roynd og veru um at leypa í tað.

Tey gera tað. Tí tey hava álit og føla seg trygg við okkara dugnaligu instruktørar.

SUCCESSUPPLIvInGAR mEnnA LUTTAkARnAR– Vit eru øll eins á tann hátt at vit hava gott av at bjóða okkum sjálvi av av og á. Til tíðir tykjast menniskju at verða fastlæst í sínum "rollum". Vit liva trygt og gott, soleiðis sum tað verður væntað av

okkum, og tora tískil ikki nóg væl at leypa í avbjóðingar. Eitt úrslit av hesum er, at vit halda okkum hava fobi fyri ymiskum, sum vit í veruleikanum ikki hava.

Við øðrum orðum, so eru tað nakrir av okkara eginleikum sum menniskju, ið vit ikki brúka, í øllum førum ikki brúka rætt – tá vit heldur velja at passa okkum inn í rollurnar, heldur enn at finna teir góðu eginleikarnar fram og brúka teir.Júst hesar avbjóðingarnar, ið Eyðun tosar um, eru avbjóðingar ið vit kunnu samanbera við okkara arbeiði. Coastzone fær á hendan hátt skúgvað so mikið til eginleikarnar hjá luttakarunum, at tey læra at laga seg til starvs felagar og samstundis at fáa opti malt úr sær sjálvum.

- Vit hava fingið fólk at trúgva uppá seg sjálvan aftur, sigur Eyðun Berg, ið rekur fyritøkuna Coastzone í Føroyum. Ein fyritøka, ið skipar fyri persónsmennandi tiltøkum í føroysku náttúruni.

LEYP Í TAÐSigrar geva sjálvsálitinum eitt »boost«

vol. 01 PREI 95

Page 96: PREi - Vol.1 September 2012

– Tá tað eydnast luttakarunum at gjøgnumføra eina av okkara avbjóðingum, so fáa tey eina succesuppliving og eru vit harvið við til at menna luttakarnar persónliga.

GRUndARLAGIÐ ER vIRÐInIFyritøkan Coastzone er ein eventfyritøka, sum skipar fyri tiltøkum fyri aðrar fyritøkur, har høvuðsdentur verður lagdur á starvsfólkamenning.

Starvsfólkadagurin byrjar við eini framløgu um samstarv, har tosað verður um, hvussu mann í praksis kann brúka og síggja ymiskleikarnar hjá fólki sum eina styrki.

– Vit leggja eisini stóran dent á týdningin, at tosa verður við og ikki um.

– Síðan hyggja vit at virðis-grundarlagnum hjá hesum ávísu fyritøkunum og gera tey livandi. Livandi á tann hátt, at vit fáa starvssfólkini at brúka hesar orðingarnar, meðan tey ígjøgnum

ein dag í bólki loysa uppgávur og ein annan dag fáa avbjóðingar.

Hetta eru avbjóðingar, sum at leypa á bláman, fara við rennistrongi ella klatra. Meir ella minni einstaklingaavbjóðingar. Eisini verður nógv gjørt burturúr at fáa starvsfólkini at loysa uppgávur í bólki

– Við at geva luttakandi avbjóðingar, sum tey ikki høvdu roknað við at klára, fær mann samstundis flutt fokusið yvir á arbeiðsstøður eina løtu, samanbera tað við støður, har tey ikki tora at taka uppgávur á seg.

bYRjAÐI SjáLvURHóast fyritøkan enn bert hevur 3 ár á baki, so hevur Eyðun Berg nøkur ára royndir frammanundan við egnari fyritøku, ið kallaðist Faroe Adventure.

Hugskotið handan fyritøkuna kom eftir at Eyðun saman við trimum vinmonnum hevði verið ein

túr í føroysku náttúruni. Teir gingu frá Búkonuni, ið er syðsta punkt á Streymoynni, heilt norður til Stakkin. Hetta var ein túrur, ið tók tríggjar dagar.

– Aftaná hendan væleydnaða túr, hugsaði eg, at hetta sjálvandi átti at verið ein møguleiki hjá øðrum fólki og fyritøkum at roynt við eitt sindur av avbjóðingum á vegnum.Faroe Adventure bleiv síðan til Coastzone.

Eftir at 4 føroyskar fyritøkur saman við danska Coastzone settu seg í samband við Eyðun.

– Vit stovnaðu hesa fyritøkuna við útgangsstøðinum at brúka førleikarnar hjá hvørjum øðrum og harvið hava eina vissa styrki.

"Vit uppliva at fólk ikki koma við, um tey vita hvat tey skulu. Men í síðsta enda, eru tey fegin um at tey hava gjørt tað."

96 PREI SEPTEMBER 2012

Page 97: PREi - Vol.1 September 2012

Fyritøkan heldur í dag til á Hotel Føroyum og hevur í alt 15 freelance instruktørar undir sær.

– undir mær eru 15 topp professionellir instruktørar. Hetta eru alt fólk, ið hava onnur størv, so sum lærarar, námsfrøðingar, løgreglufólk, maskinmenn osv. Øll hava tey eitt til felags, tað er alskurin til føroysku náttúruna.

vAkSAndI áHUGI UTTAnLAndSTað eru fyri tað mesta føroysku fyritøkurnar, ið eru kundar hjá Coastzone. Serliga er tað til starvsfólkadagar, at fyritøkurnar velja at brúka Coastzone, tí tað bæði er avbjóðandi og mennandi fyri arbeiðsfólki og fyritøkuna. Tað kemur eisini meir enn so fyri, at hesar somu fyritøkur velja at koma aftur.

Men áhugin útifrá er øktur munandi seinastu árini. Hóast bólkar frá útlondum bert telja uml. 10–15%, so vísa tølini ein vaksandi áhuga uttanlands.

– Vit hava havt stórar bólkar úr eitt nú Danmark og eru danskar fyritøkur ein stórur partur av hesum 10–15%. Men tað vísur seg tó, at áhugin økist so við og við, serliga ímillum norðmenn.

Ætlanin hjá Coastzone Føroyar er eisini at gera eitt miðvíst arbeiði fyri at vekja áhugan ímillum fyritøkur, serliga í norðurlondum. umframt hetta verður arbeitt ímóti at vanligi føroyingurin og vanliga ferðafólkið, eisini skal sleppa at royna hesar avbjóðingar, tað verður til næsta summar.

GLEÐIn Hjá TEImUm, ER FøÐIn Hjá OkkUmTað eru ikki bert fyritøkur, ið hava roynt avbjóðingarnar hjá Coastzone. Eisini hava tey havt vitjan av fólki undir ALS og skúlaflokkum.

– Vit hava onkuntíð havt fólk, ið eru undir ALS. Hetta eru typiskt fólk, ið hava brúk fyri einari gleðisuppliving ella einum boosti, tí tey hava gingið ov leingi arbeiðsleys. Hetta sóu vit eisini á teimum, tá tey komu. Vit arbeiddu serliga við at fáa tey at hugsa, hvussu tey sjálvi eru. Harvið fáa tey at seta orð á tingini. Afturmeldingarnar bóru boð um at tey vórðu upplívgað og høvdu fingið nógv burturúr, tí fleiri teirra fingu mót at taka ímóti arbeiði.

– Í mei mánaði í ár høvdu vit seturskúla í eina viku fyri einum 8.flokki. Har fingu tey fleiri avbjóðingar, sum t.d at klatra upp á Slættaratindi í nógvum kava. Her arbeiddu vit við at fáa næmingarnar at hugsa um og góðtaka at vit øll eru ymisk. Eftir eina tíð fingu vit afturmeldingar, frá lærarunum og sóu tey markantar broytingar ímillum næmingarnar. Tey høvdu veruliga fingið nakað burturúr.

Úrslitini hjá Coastzone eru sjónlig.

– Tað er hetta, ið er drívmegin, sigur Eyðun Berg at enda. •

CoastZone North Atlanticwww.coastzone.fo

STJóRi Eydun BergSTOVNaÐ 2009

vol. 01 PREI 97

Page 98: PREi - Vol.1 September 2012

Greta Svabo Bech

FRá FóLkA TónLEIkI TiL

eLeKtROTEkSTUR ELSa MaRia MaGNuSaRDóTTiR OLSEN mYnd KaTRiN SVaBO BECH

98 PREI SEPTEMBER 2012

Page 99: PREi - Vol.1 September 2012

Í lítlu studioíbúðini, í Concert Square í Liverpool situr 24 ára gamla Greta Svabo Bech. Hon og bretski sjeikurin Fred Ruddick sita og

fyrireika ein túr til Wales í næstu viku. – Vit fara til Wales at arbeiða við og finna mítt

ljóð. Saman við Fred, sum eisini er produsarin, verða eisini aðrir tónleikarar, ið hon hevur møtt

ígjøgnum tónleikalívið í Liverpool.

vol. 01 PREI 99

Page 100: PREi - Vol.1 September 2012

Eg dugi ikki heilt at greiða frá, hvussu eg eri komin í samband við øll hesi ymisku fólkini, tað er meir ella minni tilvildin, ið hevur sett meg í samband við tey, sigur greta og sipar samstundis til samstarvið og succesina við kanadiska elektrotónleikaran Deadmau5. greta og Deadmau5 høvdu eitt sera væleydnað

samstarv við lagnum “Raise Your Weapon”, ið hittaði bæði í uSA og í Europa. Hetta sama lag varð innstillað til Best Dance Recording á grammy Awards í uSA. Lagið var uppi ímóti øðrum løgum, sum t.d svensku Robyn við lagnum Call Your girlfriend og oyrahangaranum Barbra Streisand hjá Duck Sauce.

FEkk nóGv bURTURúRgreta og Deadmau5 komu ikki heimaftur við nakrari virðisløn. Men greta kom heimaftur við nógvum í skjáttuni.

– Sjálvandi fært tú eina ávísa uppmerksomheit av at vera við til grammy Awards, og hetta hevur eisini latið nakrar dyr upp fyri mær. Men, enn er ov tíðliga at greiða frá nøkrum ítøkiligum.

greta var saman við eldru systir síni Katrini yviri í Los Angeles, har tær báðar vóru við til tað heilt stóra showið. – Tað var mest hesar serligu heiðurslønirnar, sum Lifetime Achievement Award, ið góvu mær nakað. Her vóru tað fólk, í høvdu halgað sítt lív til tónleikin, ið vórðu heiðrað. Tað var inspirerandi og uppmuntrandi hjá einum tónleikara sum mær at síggja, at tað ber til at liva av tónleiki.

FRá FóLkATónLEIkI TIL ELEkTROgreta byrjaði sjálv at spæla violin sum 5 ára gomul. Við hesum ljóðføri fór leiðin inn á tað klassiska. Sum 13 ára gomul spældi hon fyri tað mesta fólkatónleik. Síðan var hon í Føroyum í eitt ár, har hon m.a spældi við Spælimonnunum.

greta fór síðan á universitetið í Liverpool, harm

Yn

d S

uR

ES

H K

aR

a

100 PREI SEPTEMBER 2012

Page 101: PREi - Vol.1 September 2012

høvuðsljóðførið hjá henni var violin. Hetta hevði við sær, at hon eisini byrjaði at syngja eitt sindur. Og her byrjaði tónleikabólkurin Picture Book. Tey hava nú spælt saman í nøkur ár, men greta hevur fyri kortum valt at satsa uppá sín egna tónleik, og er tí farin úr bólkinum.

– Tá tað gongur so væl, sum tað hevur hjá mær í seinastuni, so er tað skjótt at missa seg sjálvan burtur sum tónleikara. Tí er tað eisini týdningarmikið ikki at siga jatakk, til øll tilboð, ein fær bjóðað. Eg haldi at hetta er rætta tíðin at arbeiða við mínum egna. Tað at vit fara til Wales at arbeiða, er fyri at koma burtur úr gerandisdegnum og fáa íblástur úr nýggjum umhvørvi. nú fáa vit so at síggja, hvussu úrslitið verður.

Við violinini hevur greta fyri tað mesta spælt klassiskt og fólkatónleik, men hevur tey síðstu árini flutt seg yvir í tað elektroniska. Spurningurin er so, hvussu komandi fløgan fer at verða – verður tað innanfyri tað fólksliga ella

meira elektrokenda?– Eg veit ikki enn, hvussu tað verður.

Mær dámar bæði rættuliga væl. Trúgvi at hesin túrurin til Wales kemur at geva svar uppá hvønn stíl eg fari at velja við komandi verkætlanini hjá mær.

TAkA SjónbAnd UPP Í FøROYUmHóast greta í løtuni arbeiðir við egnari verkætlan, so fer tíðin eisini til annan tónleik og samstarv.

Bloody Beetroots er ein kendur italienskur tónleikabólkur, ið er kendur innan elektrohouse og dancepunk sjangruna.

Á komandi útgávu hjá Bloody Beetroots verða fleiri. Á somu útgávu eru samstarv við eitt nú Paul McCartney. Stakfløgan við gretu kemur út skjótt, meðan sjálv fløgan eftir ætlan kemur út fyrst í næsta ári. Hetta samstarv hevur samstundis givið gretu aðrar møguleikar, eitt nú at framføra saman við Bloody Beetroots í

Australia.– Tað er rættuliga stórt fyri meg

at sleppa á tourné við honum. Eisini bara at sleppa á pall at framføra aftur er nakað ið eg gleði meg til. nú er tað eisini longu alt ov langtsíðan eg havi staðið á palli.

Til staklagið hjá gretu og Bloody Beetroots, ið fer at koma út í ár, skal eisini eitt sjónbandalag takast upp.

– Tað skal vera eitt ekslusivt stað, har videoin verður tikin upp. Tí havi eg skotið upp Føroyar. So vónandi, men eisini bara møgu liga, verður eitt video upptikið heima í Føroyum.

kEnnIR SEG HEImA Í FøROYUmgreta býr í dag í Liverpool í norður-onglandi. Her hevur hon búð seinastu nógvu árini. Men, hetta er ikki einasta land, hon hevur búleikast sítt lív. Tí hóast sín unga aldur, so hevur hon búð í 4 ymiskum londum, í Føroyaum, Portugal, Englandi og Singapore.

– Singapore er meir ella minni ta staðið, ið eg havi búleikast mest, men eg kenni meg sum føroying og kenni meg mest heima í Føroyum. Hóast greta ikki hevur búð í Føroyum í meira enn 3 ár tilsamans, so tosar hon flótandi føroyskt og kennir seg sum føroying. •

PICTURE bOOk

spældi á G! í fjør

“Eg kendi á mær, hvussu stolt eg í veru leikanum var at vísa oyggjarnar fram, fyri bólki num. Mín heim staður er Føroyar, her er mín uppruni.”

vol. 01 PREI 101

Page 102: PREi - Vol.1 September 2012

Hjúnarbandið FYRI øLL!Stundin er komin til at vit dagføra hjúnarbandslógina, so at tvey av sama kyni eisini kunnu vígast. Fyri okkum er týdningarmikið, at vit fáa tey rættindi og skyldur, sum hjúnarbandið gevur, leggja Eiler Fagraklett og Sonja J. Jógvansdóttir, nevndarlimir í LGBT Føroyar dent á. Tey fegnast um, at føroyingar stuðla hesi søk.

Allir borgarar skulu hava somu rættindi óansæð kynsliga ábending. Hetta er týdningarmiklasta málið hjá rørsluni LGbT Føroyar.

- Vit eru ikki áhugaði í at fáa serlógir, men vilja gerast partur av

tí lóggávu sum er. Ein dagførd hjúnabóndslóg er ein fortreyt fyri at javnseta okkum við aðrar borgarar í landinum, sigur Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGbT Føroyar.

Sonja Jógvansdóttir vísir á, at hetta kann lættliga gerast og krevur bert smábroytingar í teimum báðum lógunum, sum eru á

hjúnarbandsøkinum í Føroyum í dag. Familju- og arvarættur er felags málsøki millum Føroyar og Danmark, tískil krevst, at fólkatingið eisini samtykkir tær, men hetta er ikki ein trupulleiki, bert vilji er til broytingina í Føroyum.

Væntast kann, at nógv kjak verður um hjúnarbandslóg og betri rættindi til LGbT’arar í heyst, tí Framsókn hevur boðað frá, at tey ætla at leggja uppskot fyri løgtingið, sum gevur samkyndum økt rættindi.

- Vit eru ógvuliga glað um, at Framsókn setur hetta mál á dagsskrá. Teir eru einasti jaligi flokkur, sum hevur ein ítøkiligan politikk.

FAkTA:Verða hjúnarbandslógirnar dagførdar merkir hetta, at hjúnarbandið er millum tvey fólk. Javnsetan av samkyndum og hinskyndum í hjúnabandlógini merkir ikki, at kirkjur og samkomur skulu gifta tvey av sama kyni. LGBT Føroyar mælir til, at tað verður ásett í hjunarbandslógini at kirkjur og samkomur sjálvar avgera, um tey vilja gifta tvey av sama kyni.

LGBT er stytting av ensku heitunum Lesbian, Gay, Bisexual, Transgendered. Á føroyskum samkynd, tvíkynd og transpersónar

LGbT Í FØROYuM

Hjúnarbandið skal ikki vera ein hinskyndur framíhjárættur, men ein mannarættur fyri allar føroyingar, leggja tey í LGBT Føroyar dent á. Fólksliga stuðulin merktu tey á Faroe Pride, har 5000 fólk luttóku.

102 PREI SEPTEMBER 2012

Page 103: PREi - Vol.1 September 2012

LGbT Í FØROYuM

Úr hinum flokkunum hava vit eisini stuðlar, men teir hava ikki ein samlaðan politikk, sum bindir tinglimirnar, sigur Sonja j. jógvansdóttir.

FøROYInGAR STUÐLA OkkUmLgBT Føroyar hevur, frá tí at felagið var stovnað í fjør, verið sera

virkið og sjónligt við lýsingarátøkum og ymiskum tiltøkum. Seinasta tiltakið hjá rørsluni var Faroe Pride hin 27. juli í

Tórshavn. Mett var, at eini 5000 fólk tóku lut pridini.- Fyri okkum, sum hava staðið á odda fyri rørsluni, var hetta ein

sera rørandi løta, tí ongin okkara tordi at droyma um, at so nógv fólk úr øllum landinum stuðlaði okkara ynski um einar øðrvísi og rúmligari Føroyar, siga tey bæði Eiler Fagraklett og Sonja J. Jógvansdóttir, nevndarlimir í LgBT Føroyar.

Tey leggja bæði dent á, at Føroyar eru eitt gott land at búgva í, men at tað hevur stóran týdning at fáa somu rættindini sum øll onnur í samfelagnum. Tað kann ikki verða rætt, at vit skulu verða annan rangsborgarar, bert tí vit eru samkynd, vísir Sonja Jógvansdóttir á.

- Fólkið er við okkum, tí vænta vit eisini, at politiska skipanin fer at fylgja við. Fólkið í Føroyum er nógv jaligari og rúmmligari enn okkara politiska skipan ber boð um, sigur Eiler Fagraklett.

bROYTInGIn Í HjúnARbAndSLóGInIBroytingin sum LgBT ynskir at fremja í hjúnarbandslógini er

einføld. Ístaðin fyri at tað stendur at hjúnarbandið er millum mann og kvinnu verður ásett, at hjúnarbandið er millum tvey fólk.

LgBT leggur stóran dent á, at javnsetan av samkyndum og hinskyndum í hjúnabandslógini IkkI er eitt etiskt mál, tað snýr seg um borgarlig rættindi. Tí kunnu kirkjur og samkomur verða undantikin at víga tvey av sama kyni, um tey ikki vilja tað.

- Vit fáa onki gjørt við, at kirkjur og samkomur vilja útihýsa okkum, tí vit eru samkynd, men vit fara ongantíð at góðtaka, at samfelagið útihýsir okkum, tí vit eru samkynd. Í samfelagnum eiga allir borgarar at hava somu rættindi óansæð húðarlit, trúgv, etniskan uppruna, ella kynsliga ábending, sigur Eiler Fagraklett. •

at so nógv vóru til pride’ina hevur skapað eina vón hjá okkum, okkara familjum og avvarðandi og øllum teimum, sum í síni tíð noyddust av landinum, tí tey vóru samkynd, halda Eiler Fagraklett og Sonja J. Jógvansdóttir nevndarlimir í LGBT Føroyar.

vol. 01 PREI 103

Page 104: PREi - Vol.1 September 2012

Tann reyði tráðurin er...BLÁUR. Eins og í klædnamótanum, er blái liturin gjøgnum-gangandi, har nógv blátt er at síggja í brúkstingunum í heyst og vetur. Her eru nøkur góð prei...

BLÁTT og blátt

Wegner stólar - frá Idé MøblumStelton thermokannur

- frá Inspiratión

Eva solo kanna- frá Inspiratión

OBH Ísmaskina- frá Kramm

Stelton breyðposi- frá Inspiratión

PerlaErla pútur- frá Østøm

Svanurin. Stólur frá Arne Jacobsen- frá Nema

Royal Copenhagen- frá Inspiratión

Royal Copenhagen thermo koppar- frá Inspiratión

PREI TIL HEIMIÐ

104 PREI SEPTEMBER 2012

Page 105: PREi - Vol.1 September 2012

Tann reyði tráðurin er...BLÁUR. Eins og í klædnamótanum, er blái liturin gjøgnum-gangandi, har nógv blátt er at síggja í brúkstingunum í heyst og vetur. Her eru nøkur góð prei...

BLÁTT og blátt

Wegner stólar - frá Idé MøblumStelton thermokannur

- frá Inspiratión

Eva solo kanna- frá Inspiratión

OBH Ísmaskina- frá Kramm

Stelton breyðposi- frá Inspiratión

PerlaErla pútur- frá Østøm

Svanurin. Stólur frá Arne Jacobsen- frá Nema

Royal Copenhagen- frá Inspiratión

Royal Copenhagen thermo koppar- frá Inspiratión

vol. 01 PREI 105

Page 106: PREi - Vol.1 September 2012

Danska fyritøkan Hay Hevur bert tíggju ár á baki, og tó Hevur Hon longu vunnið fleiri altjóða virðislønir fyri sínar nútímans møblar. Hay tráar eftir at framleiða vakrar og smartar sniðgivnar vørur, ið ikki eru ov kostanaðarmiklir. framleiðslan Hjá Hay er ein blanDing millum arkitektur og móta, Har arkitekturin skapar javnvágina ,og mótin skapar máttin.

106 PREI SEPTEMBER 2012

Page 107: PREi - Vol.1 September 2012

HAY nú í vøruHúsinum

í tráð við broytta úrvalið í møblaDeilDini Hjá vøruHúsinum er tíðin nú komin til at vit eisini kunnu bjóða kunDunum eitt úrval av tilHoyri til at fríðka um Heimið. vit valt at leggja okkum eftir einum veitara, ið Hóskar til okkara vøruúrval. Hay leggur seg eftir at veita DygDargóðar vørur í snøggum sniði til prísir ið røkka fjølDini. tískil Hóskar Hay væl inn í okkara vøruúrval, tí tað er júst Hetta ið eykennir møblarnar Hjá vøruHúsinum – DygDargóðir møblar til prísir ið røkka fjølDini.vørurnar frá Hay vera bert at fáa á møblaDeilDini Hjá vøruHúsinum á Hjalla, og vit bjóða øllum vælkomnum at støkka inn á gólvið og síggja úrvalið av tilHoyri, sum umframt Hay eisini umfatar aðrar veitarar.

Sofaborð: Bella Coffee Table, ø45 x H49 cm, ø45xH39 cm, ø60xH39 cm, ø60xH32 cm úr kr. 1.399. Teppi: Pinocchio, ø90 cm, ø140 cm, ø200 cm úr kr. 1.699. bakkar: Kaleido, alskins litir og støddir úr kr. 79. Pútur: Dot Cushion, alskins litir og støddir úr kr. 549. dýnu- og koddaver: S&B Collection úr kr. 499. Stólur: Hee Dining Chair, V 41/47,5 x D 40/50 x 47/79 cm, alskins litir úr kr. 1.299. Lounge stólur: Hee Lounge Chair, V65/73 x D48/65 x H37/68 cm úr kr. 1.699. Stólur: J77, D: 43 x V: 43 x H: 44,5/79 úr 1.149. Stólur: J107, D: 45 x V: 45 x H: 44,5/77 úr 1.149. borð: C44, D: 70 x L: 70 x H: 73,5 úr kr. 2.299

WWW.Hay.DK

tel. 54 25 00

vol. 01 PREI 107

Page 108: PREi - Vol.1 September 2012

Svarti liturin er lekkur til smáar lítlar flatur, t.d. ein flottur svartur stólur ella svørt kanna, sett saman við stáli - og tú hevur eitt cool look...

SVART og stál

PREI til hús og heim

Stearinljós við anga frá The Body Shop

LULU knagar frá Idé Møblum

MENU Globusfrá Inspiratión

MENU Reyðvíns-settfrá Inspiratión

MENU bókhaldarifrá Inspiratión

WEGNER stólurfrá Idé Møblum

EVA SOLO rakiboksfrá Inspiratión

EVA SOLO te-bryggjarifrá Inspiratión

WAGNER Kina stólurfrá Idé Møblum

STELTON thermokannurfrá Inspiratión

PREI TIL HEIMIÐ

108 PREI SEPTEMBER 2012

Page 109: PREi - Vol.1 September 2012

Svarti liturin er lekkur til smáar lítlar flatur, t.d. ein flottur svartur stólur ella svørt kanna, sett saman við stáli - og tú hevur eitt cool look...

SVART og stál

PREI til hús og heim

Stearinljós við anga frá The Body Shop

LULU knagar frá Idé Møblum

MENU Globusfrá Inspiratión

MENU Reyðvíns-settfrá Inspiratión

MENU bókhaldarifrá Inspiratión

WEGNER stólurfrá Idé Møblum

EVA SOLO rakiboksfrá Inspiratión

EVA SOLO te-bryggjarifrá Inspiratión

WAGNER Kina stólurfrá Idé Møblum

STELTON thermokannurfrá Inspiratión

PREI TIL HEIMIÐ

vol. 01 PREI 109

Page 110: PREi - Vol.1 September 2012

Hjartaliga vælkomin í Kramm til eitt gott tilboð

Um tú skalt hava nýggj húsarhaldstól - alt frá hvítvørum til radio - er tað vert at vitja okkum. Hóast handilin er nýggjur, hava vit sera

drúgvar royndir innan økið.

Okkara mál er at veita tær bestu tænastu og vørur til skilagóðar prísir. Vit umboða og samstarva við kendastu og best umtóktu

merkini innan økið. Harvið kunnu vit tryggja, at tú altíð hevur eitt stórt úrval at velja ímillum.

Kom inn í Kramm í Miðlon og síggj alt okkara úrval. Vit hjálpa tær at finna røttu vørurnar og veita fegin ráðgeving og vegleiðing.

Kramm í Miðlon:

ALT TIL HÚS & HEIM- BÆÐI GOTT OG BÍLIGT

Rói Ørvarodd, stjóri

Kramm Miðlon Hoyviksvegur 67, 2. hædd. 100 Tórshavn Tel 31 48 00 [email protected]

Page 111: PREi - Vol.1 September 2012

Hjartaliga vælkomin í Kramm til eitt gott tilboð

Um tú skalt hava nýggj húsarhaldstól - alt frá hvítvørum til radio - er tað vert at vitja okkum. Hóast handilin er nýggjur, hava vit sera

drúgvar royndir innan økið.

Okkara mál er at veita tær bestu tænastu og vørur til skilagóðar prísir. Vit umboða og samstarva við kendastu og best umtóktu

merkini innan økið. Harvið kunnu vit tryggja, at tú altíð hevur eitt stórt úrval at velja ímillum.

Kom inn í Kramm í Miðlon og síggj alt okkara úrval. Vit hjálpa tær at finna røttu vørurnar og veita fegin ráðgeving og vegleiðing.

Kramm í Miðlon:

ALT TIL HÚS & HEIM- BÆÐI GOTT OG BÍLIGT

Rói Ørvarodd, stjóri

Kramm Miðlon Hoyviksvegur 67, 2. hædd. 100 Tórshavn Tel 31 48 00 [email protected]

Page 112: PREi - Vol.1 September 2012

Vit elska TRÆ - og tað gera sniðgevararnir eisini. Træ merkir hugni. Blandað tað nattúrliga við frískum litum og gev trænum og tínum heimi nýtt lív.

TRÆ og hugni

PREI til hús og heim

HOPTIMIST træprýðifrá Inspiratión

STELTON træskál frá InspiratiónMENU knúsari frá Inspiratión

Arne Jacobsen. Myren. Stólur frá Idé Møblum

LOIUS POULSEN lampafrá Idé Møblum

NORMANN COPENHAGEN lampafrá Inspiratión

NORMANN COPENHAGEN frá Inspiratión

WEGNER stólurfrá Idé Møblum

GEORG JENSEN karaffil frá Inspiratión

GEORG JENSEN skeribretti frá Inspiratión

GEORG JENSEN salatskeiðir frá Inspiratión

PREI TIL HEIMIÐ

112 PREI SEPTEMBER 2012

Page 113: PREi - Vol.1 September 2012

Vit elska TRÆ - og tað gera sniðgevararnir eisini. Træ merkir hugni. Blandað tað nattúrliga við frískum litum og gev trænum og tínum heimi nýtt lív.

TRÆ og hugni

PREI til hús og heim

HOPTIMIST træprýðifrá Inspiratión

STELTON træskál frá InspiratiónMENU knúsari frá Inspiratión

Arne Jacobsen. Myren. Stólur frá Idé Møblum

LOIUS POULSEN lampafrá Idé Møblum

NORMANN COPENHAGEN lampafrá Inspiratión

NORMANN COPENHAGEN frá Inspiratión

WEGNER stólurfrá Idé Møblum

GEORG JENSEN karaffil frá Inspiratión

GEORG JENSEN skeribretti frá Inspiratión

GEORG JENSEN salatskeiðir frá Inspiratión

PREI TIL HEIMIÐ

vol. 01 PREI 113

Page 114: PREi - Vol.1 September 2012

Terji Jacobsen

TYRLUSkIPARI vIÐ dREYmATILvERU

í QatarTEkSTUR óLa JáKuP RóLaNTSSON

114 PREI SEPTEMBER 2012

Page 115: PREi - Vol.1 September 2012

Doha City, høvuðsstaðurin. Doha er helst nýggjasti høvuðsstaður í heiminum, soleiðis at skilja, at alt er

nýtt og tað tykist sum býurin aldri verður liðugt bygdur. Hvønn mánað stinga onkur nýggj háhús seg

upp, hvørt vakrari og meira litfagurt enn annað.

vol. 01 PREI 115

Page 116: PREi - Vol.1 September 2012

 Terji Jacobsen er 46 ára gamal. Hann varð útbúgvin tyrluflogskipari hjá Roskilde Helikopterservice í 1996 og gjørdist beinanvegin stýrimaður hjá Atlantsflog.

Í 1998 gjørdist hann tyrluskipari og frá 2001 var hann við til at menna bjargingartænastuna hjá Atlantsflog, tá tyrluskip ararnir eisini fingu hægri útbúgving og betraðar møguleikar at sleppa út í heim at royna seg.

– Hesa tíðina var Hans Erik gunleygsson Jakobsen tyrlu leiðari. Hann slóðaði veruliga undan við at menna sambandið við vinnuna, soleiðis at vit vórðu einir 7 føroyingar, sum av og á fingu høvið at royna okkum í oljuvinnuni, sigur Terji Jacobsen, sum í 2006 og tvey ár fram arbeiddi hjá danska felagnum Dancopter, har teir flugu tænastuflúgving fyri oljuvinnuna í donskum og hollendskum øki í norðsjónum.

ROYndIR Í qATARSíðan 2007 hevur Terji arbeitt hjá Atlantsflog, hevur part av tíðini verið tyrluleiðari og í fleiri umførum verið leigaður út til oljufeløg í norðsjónum og í Qatar.

– Hetta við at verða leigaður út til feløg í Qatar hevur verið ein einastandandi uppliving og sera mennandi. Her er sera stórur tørvur á tyrluskiparum, serliga í olju vinnuni, og vit eru fleiri, sum hava fingið boðið sáttmála, sum umfatar at flyta við allari familjuni, sigur Terji.

– Tað er torført at takka nei til tílíkt tilboð. Tilboðið er frá gulf Helicopters í Doha í Qatar. Tey bjóða ókeypis hús við allari hugsandi útgerð, ókeypis ferð aftur og fram til Føroya fyri alla familjuna tvær ferðir um árið og ókeypis fyrsta flokks altjóða skúla til børnini.

– Og haraftrat kemur, at lønin er, ja lat okkum siga… avbera góð, flennur Terji, sum sigur, at í Qatar gjalda tey ikki skatt, men bara nøkur avgjøld. Bensinið kostar hálvaaðru krónu liturin, so ein stórur Ford Expedition 5.4l V8 verður keyptur, tá tey koma niður. Hann kostar minni enn triðing av føroyskum prísi.

Her situr Terji við pinnin á eini av tyrlunum hjá Atlantsflog. Góða skipanin hjá Atlantsflog við at leiga

flogskiparar út til onnur lond hevur ført við sær, at føroysku flogskipararnir eru sera eftirspurdir vegna

teirra fjølbroyttu royndir og dugnaskap.

116 PREI SEPTEMBER 2012

Page 117: PREi - Vol.1 September 2012

Terji og Joan við trimum av gentunum. Tvær tær yngstu flyta við til Qatar, har tær gleða seg at sleppa á ein altjóða skúla í Doha. Útbúgvingin er púra ókeypis og øll familjan kann ferðast aftur og fram til Føroya tvær ferðir um árið ókeypis.

Fakta um terja jacObseN

BÚSTaÐuR Tórshavn

FøDDuR 19. oktober 1965

FaMiLJa Giftur við Joan isaksen Jacobsen. Tey eiga døtrarnar andreu, Fríðhild, Elisabeth og Duritu

ÚTBÚGViNG Tyrluflogskiparifrá Roskilde Helikopterservice

aRBEiÐS- Bell 412 & aW139TyRLuR

vol. 01 PREI 117

Page 118: PREi - Vol.1 September 2012

118 PREI SEPTEMBER 2012

Page 119: PREi - Vol.1 September 2012

á ALTjóÐA SkúLA Í dOHATerji og Joan eiga fýra gentur. Tann elsta er júst gift á Skælingi, so hon fer ongan veg. Tann næstelsta er 20 ára gomul og verður eftir í Føroyum, hon skal skjótt undir hægri lestur. Hinar báðar, sum eru 11 og 16 ára gamlar, fara á newton International School of Doha. Tað gleða tær seg til.

Joan veit ikki enn, hvat hon fer at takast við. Í fyrstu atløgu verður tað at fáa alt uppá pláss í húsinum og tryggja, at genturnar støðast og hava tað gott. Sáttmálin er opin, t.v.s. at tey arbeiða við eini uppsagnartíð uppá ein mánað, men fyribils hava tey avgjørt at verða har í eitt ár, meðan Terji hevur farloyvi frá Atlantsflog.

Men trívast tey, ja, so verða tey búgvandi í nøkur ár. Einsamøll verða tey heldur ikki, tey fáa tríggjar aðrar føroyskar familjur hjá tyrluskiparum sum grannar.

Høvuðsarbeiðið hjá Terja verður fólkaflutningur við Bell 412 og AW 139 tyrlum. Men felagið hevur júst bílagt 15

nýggjar AW 189 tyrlur fyri 90 miljónir stykkið, so her er arbeiðsliga eisini nakað at gleða seg til.

FAkTA Um qATARQatar er ein sjálvstøðugur arabiskur statur á arabisku hálvoynni við marki móti Saudiarabia og Persaraflógvanum. Eitt sund í flógvanum skilir Qatar frá Bahrain.

Qatar hevur verið kongsveldið undir Al Thani-familjuni síðan miðskeiðis í 19. øld. Landið var bretskt protektorat fram til 1971 og er í dag orsakað av umfatandi oljuvinnu heimsins ríkasta land sambært Forbes-listanum.

Í Qatar búgva einans um 1,5 miljónir fólk. Av eini arbeiðsstyrki uppá 300.000 fremmand fólk, eru tey flestu úr India, nepal, Pakistan, Sri Lanka og Filipinunum.

Emirurin hevur so stórt vald, at hann til eina og hvørja tíð kann skifta forsætisráðharran út, eins og aðrar ráðharrar. Ráðharraráðið er annars hægsti

Húsini, sum familjan býr í Qatar, eru spildurnýggj, bygd í gomlum stíli. Húsini eru sera væl útgjørd og sjálvandi hava tey stóran svimjihyl uttanfyri. Tríggjar aðrar føroyskar familjur búgva soleiðis sum grannar.

vol. 01 PREI 119

Page 120: PREi - Vol.1 September 2012

Her sæst ein AW-tyrla hjá Gulf Helicopters á flogi. Terji skal taka sær av fólkaflutningi millum býin og oljupallarnar í persaraflógvanum.

120 PREI SEPTEMBER 2012

Page 121: PREi - Vol.1 September 2012

myndugleiki, sum inn stillar til emirin. Qatar hevur sivila revsilóg, men sharialógin er í nøkrum førum galdandi í familjulóggávu, arvalóggávu og í revsimálum.

Qatar er býtt í 10 kommunur, ”baladiyah”. Tann størsta er Al Dawhah, ella Doha, sum eisini er navnið á høvuðsstaðnum. Doha merkir ”stóra træið”. Í býnum býr góð miljón fólk, meira enn 60% av fólkatalinum.

Doha er ein spildurnýggjur býur, sum ongantíð verður liðugur. Har verður bygt alla tíðina, størri og hægri. Livistøðið er eitt tað hæsta í øllum heiminum. •

aW 189 instrumentborðið – tyrlan er ein av heimsins mest framkomnu tyrlum. Gulf Helicopters hevur júst bílagt 15 slíkar tyrlur fyri 90 miljónir kónur stykkið.

vol. 01 PREI 121

Page 122: PREi - Vol.1 September 2012

122 PREI SEPTEMBER 2012

Page 123: PREi - Vol.1 September 2012

Til 4 fólk:1 kg av stórum eplum 2 tsk. av grovum saltiNýmalið pipar 1 tyssi av karvaðari persillu (onnur kryddurt kann eisini nýtast) 2 eggjahvítar umleið 2 spsk. av olju 500-600 g av hakkikjøti 9% 2 reyðleykir í klønum flísum 4 tomatir í klønum flísum Eitt sindur av súltaðari agurku í flísum Grønar súltaðar kili

Tilhoyr Blandað salat

Hendan burgaran við eplapannukøkum kanst tú annaðhvørt gera bara til tín sjálvs ella til fleiri fólk. Gert tú bara til ein, ber til at steikja alt liðugt á pannuni, men skalt tú gera til fleiri, er frægast at seta eplapannukøkurnar í ovnin at steikja liðugt.

Keyp nýmalið oksakjøt við umleið 9% feitti til búffarnar. Er kjøti ov sol- tið, verður búffurin turrur og smakkar ikki av nógvum.

Flys eplini, og rív tey grovt. Drússa við salti, og trýst beinanvegin vætuna úr eplunum (t.d. í einum viskustykki). Píska eggjahvítarnar lætt. Vend eplunum saman við karvaðaum persilli og pipari í eggjahvítunum. Hita eina stóra pannu við olju, og koyr epli á pannuna við rokaðari skeið. Breið eplini út til smáar tjúkkar pannukøkur, og lat tær brúnkað væl á báðum síðum.

at enda leggur tú pannukøkurnar í eina bakarovnsskuffu við bakipappíri, og steikir tær lidnar miðskeiðis í ovninum í einar 10 min. í 200 hitastigum.

Búffarnar slært tú upp í hóskandi stødd.Tú nýtir kjøtið sum tað er uttan at blanda annað uppí.Tú kanst stroya teir við einum sindri av salti og pipari, meðan teir steikja.

Epla-burgari(Heilsugott)

Prei! Til ein slíkan

burgara er gott við heilt nýggjum

grønmeti, t.d. tomatflísar og

leykringar.

MATPREI FRÁ ODDVØR SKARÐHAMAR

vol. 01 PREI 123

Page 124: PREi - Vol.1 September 2012

Til 4 fólk:1 tyssi av grønum asparges4 gularøtur1 bk av slikertrum1/2 brokkoli1 tyssi av radisum1 reyð piparfrukt1 gul piparfrukt

Vaska og sker alt grønmetið í passandi pettir, og legg alt á eitt fat.

Hav t.d. gularótaguacamola, peanøtukrem, guacamola, dild- og sitrónsós aftur við grønmetisfatinum sum tilhoyr. Nógvar aðrar kryddsósir rigga eisini aftur við grønmetisfati. Tað er bara at brúka hugflogið.

Grønmetisfat við kryddurtasós

MATPREI FRÁ ODDVØR SKARÐHAMAR

2 gularøtur2 dl av grikskum jogurti2 hvítleyksbátarSalt og pipar

Flys gularøturnar, sker tær í flísar, og kóka tær í lættsaltaðum vatni til tær eru moyrar. Koyr síðani gularøtur, jogurt og hvítleyk í hvirluna ella blendara. Koyr nú, til blandið er vorðið eitt mjúkt krem. Smakka til við salt og pipari.

Gularóta-guacamola (sera heilsugott)

2 dl av súrróma 18%2 spsk. av frískari, smátt skornari dildSaft og skæl av einari 1⁄2 sitrón1⁄2 tsk. av rørsukriSalt

Blanda alt saman í eini grýtu og hita,til alt er smeltað saman.Nú kanst tú borðreiða sósina.Tað er bara at brúka hugflogið.

Dild- og sitrónsós (heilsugott)

124 PREI SEPTEMBER 2012

Page 125: PREi - Vol.1 September 2012

MATPREI FRÁ ODDVØR SKARÐHAMAR

ODDVøR´SA "HEILSUBETRI BITAR"Vælumtókta kókikonan í Havn, Oddvør Skarðhamar, hevur roynt tað mesta innan matgerð. Og nú er hon komin á marknaðin við nýggjastu bókini "Oddvør´sa heilsubetri bitar". Hetta er samstundis fjórða kókibókin, hon gevur út - saman við hinari helvtini í kókibókaætlanini, ingibjørg Jacobsen.

Fegnar tomatirSum heitið á bókini sipar til, so eru flestu uppskriftirnar í bókini heilsugóðar. Fyri at gera mun á rættunum, hevur serfrøðingur mett um teir. Og tað er lætt at síggja, hvussu heilsugóður, rætturin í eini uppskrift er. Tríggjar fegnar tomatir eru givnar rættum, sum eru frágera heilsugóðir, tvær tomatir eru givnar rættum, ið eru sera heilsugóðir, og ein tomat merkir, at rætturin er heilsugóður. Køkur o.l. fáa onga fegna tomat.

Uppvaksin í SkopunOddvør Skarðhamar er uppvaksin í einum stórum systkinaflokki í Skopun. Og tað var eisini har, saman við mammuni, hon lærdi at gera mat. Góðan mat. Har varð meira gjørt burtur úr matinum, enn vanligt var. Og áhugin fyri matgerð speglaðist aftur í bæði smakki og frálíkari og vakrari borðreiðing.Í 1998 fór hon at arbeiða við matgerð burturav. Og skjótt broyttist matarmyndin í høvuðsstaðnum. Í veitslum, móttøkum, føðingardøgum, úti á virkjum og í fyritøkum sóust nú heilt øðrvísi sjálvtøkuborð við flogfenaði, bakstri og alskyns salatum. Síðani eru fýra bøkur komnar út við mati, sum frálíka kókikonan úr Skopun hevur gjørt. Fyrsta bókin kom út í 2008, og fjórða og higartil nýggjasta bókin, Oddvør´sa heilsubetri bitar, kom út í august í ár. •

vol. 01 PREI 125

Page 126: PREi - Vol.1 September 2012

126 PREI SEPTEMBER 2012

Page 127: PREi - Vol.1 September 2012

(16 puntar)1 dl av kókandi vatni3 dl av vatni2 dl av blaki50 g av geri1 spsk. av salti2 spsk. av siroppi2 spsk. av rapsolju300 g av fullkornsmjøli80 g av havragrýnuml. 400 g av hveitimjøliEitt sindur av blaki at pensla viðGræskarkjarnur, hørfræ og sesamfræ at prýða við

Koyr kókandi vatn, kalt vatn og blak í eina skál. Lat gerina upploysast í hesum, og koyr salt, siropp og rapsolju í. Rør so fullkornsmjøl og havragrýn í deiggið, og elt síðan við hveitimjøli. Deiggið skal framvegis vera eitt sindur klistrut.

Hell deiggið út á bakiplátu við bakipappíri. Breið tað út við lógvanum, soleiðis at tað fyllir alla plátuna - umleið 25 x 40 cm. Sker við hvøssum knívi, soleiðis at tað verða 16 puntar (ikki skera heilt ígjøgnum).

Smyr við blakinum, og stroy omaná graskarkjarnur, hørfræ og sesamfræ. Set deiggið at ganga á lýggjum stað í uml. 45 min.

Set ovnin á 175 stig, og baka breyðið mitt í ovninum í uml. 30 min.

Brotbreyð við fullkorni (sera heilsugott)

Prei! Fleiri heilsugóðar

uppskriftir eru at finna í nýggju matbókini hjá

Oddvør Skarðhamar

MATPREI FRÁ ODDVØR SKARÐHAMAR

vol. 01 PREI 127

Page 128: PREi - Vol.1 September 2012

Oyggjarvegur 45 100 Tórshavn Faroe IslandsTel.: +298 333999 www.koks.fo

- Vit koksast fyri føroyskum smakki og anga, til hann brýtur slóð...

Page 129: PREi - Vol.1 September 2012

Oyggjarvegur 45 100 Tórshavn Faroe IslandsTel.: +298 333999 www.koks.fo

- Vit koksast fyri føroyskum smakki og anga, til hann brýtur slóð...

Page 130: PREi - Vol.1 September 2012

Við sera lagaligari fígging kann Reyni Service bjóða tær góðar treytir við einum lágum útgjaldi og sera kappingarførari rentu. Lánið verður snikkað til eftir tínum tørvi. Eru tað tíðir, har tú hevur nógvan pening um hendi, kann gjaldast meiri tann mánaðin. Eisini er møguligt at leggja skáar inn, um peningurin skal nýtast til annað, eitt nú jólagávur ella uttanlandsferð. Reyni Service fíggjar nýggjar og brúktar bilar.Útgjald 25%, tó í minsta lagi 20.000 kr.

Um fígginginaÍ samband við keyp av nýggjum bili kann bilurin gjaldast yvir upp til 8 ár. Brúktir bilar skulu verða afturgoldnir áðrenn teir eru 10 ár. Um t.d ein bilur er 6 ára gamal kann afturgjaldstíðin vera upp til 4 ár.

Við einari fígging frá Reyni Finans hevur tú møguleika at velja skiftandi rentu ella at fastlæsa rentuna.

Latið okkum fíggja bilin!

Landsins lægsta renta

4,8%

Akfar Renta Rentusatsur í p.a.*

Nýggir bilar Skiftandi 4,8%

Føst 5.8%

Brúktir bilar Skiftandi 4.8%

Føst 5.8%

Fíggingardømi

Toyota Avensis T1

Útgjald 67.250,-

Mánaðargjald í 96 mánaðir: 2.629,-

Page 131: PREi - Vol.1 September 2012

Við sera lagaligari fígging kann Reyni Service bjóða tær góðar treytir við einum lágum útgjaldi og sera kappingarførari rentu. Lánið verður snikkað til eftir tínum tørvi. Eru tað tíðir, har tú hevur nógvan pening um hendi, kann gjaldast meiri tann mánaðin. Eisini er møguligt at leggja skáar inn, um peningurin skal nýtast til annað, eitt nú jólagávur ella uttanlandsferð. Reyni Service fíggjar nýggjar og brúktar bilar.Útgjald 25%, tó í minsta lagi 20.000 kr.

Um fígginginaÍ samband við keyp av nýggjum bili kann bilurin gjaldast yvir upp til 8 ár. Brúktir bilar skulu verða afturgoldnir áðrenn teir eru 10 ár. Um t.d ein bilur er 6 ára gamal kann afturgjaldstíðin vera upp til 4 ár.

Við einari fígging frá Reyni Finans hevur tú møguleika at velja skiftandi rentu ella at fastlæsa rentuna.

Latið okkum fíggja bilin!

Landsins lægsta renta

4,8%

Akfar Renta Rentusatsur í p.a.*

Nýggir bilar Skiftandi 4,8%

Føst 5.8%

Brúktir bilar Skiftandi 4.8%

Føst 5.8%

Fíggingardømi

Toyota Avensis T1

Útgjald 67.250,-

Mánaðargjald í 96 mánaðir: 2.629,-

Page 132: PREi - Vol.1 September 2012

Corolla Levin AE86

Toyota GT 86

132 PREI SEPTEMBER 2012

Page 133: PREi - Vol.1 September 2012

Nakrar ferðir hava vit sæð konseptbilar, men endiliga kom hann á marknaðin í fjør sum ein viðurkenning av og fagnaður til tann góða gamla Corolla Levin aE86.

Bilurin er eitt eitt úrslit av samstarvi við Subaru, sum Toyota eigur ein part av. Tað er frágreiðingin uppá, hví tað stendur ein tveir litra boksaramotorur í bilinum. Hinvegin hevur hann ektaða D-4S-innsprænings tøkni frá Toyota, sum gevur motorinum í originalútgávuni 200HK og 205 Nm.

Tað nærmasta at samanbera við er kanska Celica. 2 + 2 setur, bakhjólsdrev og koyrigleði uttan mørk. 4,24 m langur við eini aksilfrástøðu uppá 2,57 m, optimala vektbýtið er 53:47, tað sama sum á bestu koyrimaskinuni frá Toyota, Lexus LFa.

Boksaramotorurin leggur tyngdarpunktið sera lágt, bara 45 cm upp frá vegnum, t.v.s. at hann

liggur fastur sum ein rasarabilur.Hetta er í mangar mátar ein retrobilur. Ein

bilur, ið fær serliga tilkomnar menn at smílast. Ein klassikari við bakhjólsdrevi. Ein stuttligur bilur. Og ein heilt ómetaliga vakur bilur. Og, sum tað stendur í eini fjølmiðlafráboðan frá Toyota, GT 86 er ein staðfesting av, at í framtíðini verður tað stuttligt at koyra Toyota.

Tá blaðið fór til prentingar visti Reyni Service ikki, akkurát nær GT 86 kemur til Føroya, men stóru smádreingirnir kunnu gleða seg til eina royndarkoyring til jóla! •

Undan árskiftinum kemur tann fyrsti GT 86 til Føroya

TOYOTA GT 86 TIL FøROyA

Vit kenna teir allar í Føroyum: Celica, Supra og MR2, sportbilarnar frá Toyota. Og frá 2009 hava vit hoyrt um, at Toyota var í holt við at framleiða ein GT 86 II.

Toyota GT 86 interiør

TEkSTUR óLa JáKuP RóLaNTSSSON

vol. 01 PREI 133

Page 134: PREi - Vol.1 September 2012

All InclusIve tIlboðfrá Deplinum í Skálavík

Depilin í Skálavík bjóðar til »All Inclusive« vikuskifti Alt árIð

Nú kunnu øll í Føroyum fáa gleðina av at vitja vælumtøkta Depilin bæði summar og vetur

2 vAksInog 2 børneInAns 3.900,-

Kostnaður tvey vaksin

2.900 kr

tvey vaksin og tvey børn

3.900 kr

Eykað barn 3-6 ár

500 kr

Eykað barn 7-14 ár

800 kr

Eykað vaksin

1.000 kr

Skrá fyri vikuskiftið

FríggjadagKl. 14 og frameftir: innritanKl. 15 drekkamunnurkl. 18 Vikuskiftisbuffét og dessertKl. 19 Minibiografur/hugnakurvkl. 21 Ábit

leygardagurKl. 9-11 morgunmaturKl. 13 Frokostkl. 15 DrekkamunnurKl. 18 Vikuskiftisbuffét og dessert Kl. 19 Minibiografur/hugnakurvkl. 21 Ábit

SunnudagurKl. 9-11 Morgunmatur

Kom til Skálavíkar og fá íblástur og styrki!GIStInG MAtStovA SKEIðvIrKSEMI ráðStEvnur vEItSlur lEGur HátíðArHAlD

íroknaðVið »All Inclusive« kanst tú njóta tað til fulnar – alt hetta er íroknað

Gisting Allar máltíðir Uttandura hitapottur Hoppiborgir Mini-biograf Hugnakurv Spøl Ítriv Ísar Tráur, gummibátar

...og mangt annað.

bílegg á [email protected]

ellA rIng á530 530

www.depil.fo

nÚ Alt árIð

134 PREI SEPTEMBER 2012

Page 135: PREi - Vol.1 September 2012

All InclusIve tIlboðfrá Deplinum í Skálavík

Depilin í Skálavík bjóðar til »All Inclusive« vikuskifti Alt árIð

Nú kunnu øll í Føroyum fáa gleðina av at vitja vælumtøkta Depilin bæði summar og vetur

2 vAksInog 2 børneInAns 3.900,-

Kostnaður tvey vaksin

2.900 kr

tvey vaksin og tvey børn

3.900 kr

Eykað barn 3-6 ár

500 kr

Eykað barn 7-14 ár

800 kr

Eykað vaksin

1.000 kr

Skrá fyri vikuskiftið

FríggjadagKl. 14 og frameftir: innritanKl. 15 drekkamunnurkl. 18 Vikuskiftisbuffét og dessertKl. 19 Minibiografur/hugnakurvkl. 21 Ábit

leygardagurKl. 9-11 morgunmaturKl. 13 Frokostkl. 15 DrekkamunnurKl. 18 Vikuskiftisbuffét og dessert Kl. 19 Minibiografur/hugnakurvkl. 21 Ábit

SunnudagurKl. 9-11 Morgunmatur

Kom til Skálavíkar og fá íblástur og styrki!GIStInG MAtStovA SKEIðvIrKSEMI ráðStEvnur vEItSlur lEGur HátíðArHAlD

íroknaðVið »All Inclusive« kanst tú njóta tað til fulnar – alt hetta er íroknað

Gisting Allar máltíðir Uttandura hitapottur Hoppiborgir Mini-biograf Hugnakurv Spøl Ítriv Ísar Tráur, gummibátar

...og mangt annað.

bílegg á [email protected]

ellA rIng á530 530

www.depil.fo

nÚ Alt árIð

Page 136: PREi - Vol.1 September 2012

At kvinnur vilja hava øðrvísi bilar enn menn er stórt sæð møsn! Tað er rættiliga fornermisligt, tá bilafyritøkur lýsa við kvinnubilum. nissan lýsti herfyri í Danmark við “kvinnu bilum”, men tað vóru bara teir keðiligastu og minstu bilarnir. Ford hevur roynt tað sama við tí lítla Ka. Mini hevur gjørt tað sama og fleiri hava lakkerað bilar pink og monterað makeup-spegl og kallað bilarnar kvinnubilar. Men tað riggar ikki. Kvinnurnar eru als ikki hugtiknar.

WOMANS WORLD CAR OF THE yEAR 2012

er ein mannfólkabilur

nR. 1 Range Rover Evoque

TEkSTUR óLa JáKuP RóLaNTSSON

136 PREI SEPTEMBER 2012

Page 137: PREi - Vol.1 September 2012

jURI vIÐ kvInnUmFyri tveimum árum síðan royndi Berlingske Business nakað heilt annað. Sett varð ein jury við 20 kvinnum. Hetta vóru kendar kvinnur úr politikki, handilslívi, undirhaldslívi og úr fjølmiðlunum. Kvinnurnar høvdu ein hóp av fjølbroyttum bilum at velja ímillum.

Kvinnurnar valdu tann stóra og totalt maskulina VW Passat CC sum ársins kvinnubil. Og boðskapurin í hesum sambandi er einfaldur: Kvinnur skulu takast í álvara, tá tað snýr seg um bilakeyp. Seljararnir mugu gevast við at tosa við mannin um bilin sum heild, og í besta føri venda sær til kvinnuna við litkortinum!

Tí tað stutta av tí langa er, at kvinnur stórt sæð velja somu bilar sum menn. Ein lívsstílskanning í Danmark vísti, at bilseljarar yvirhøvur tosaðu niður til kvinnur, og at júst tað í mongum førum varð avgerandi fyri, hvønn bil kvinnurnar keyptu.

Veruleikin er, at bilurin skal nøkta ein ávísan tørv. Og tann tørvurin er lítið og einki øðrvísi hjá kvinnum og monnum. Skal bilurin senda ein ávísan boðskap, ja, so er heldur ongin munur á kvinnum og monnum. Og er bilurin eitt statussúmbol, so eru tað merkið og prísurin, ið telja, ikki hvat kyn, førarin er.

vOLvOVolvo gjørdi eitt stórt arbeiði at gera sokallaðar kvinnubilar. Tað stórt sæð miseydnaðist at gera nakran serligan kvinnubil burturav, men áhugin fyri at lata kvinnur sniðgeva gjørdi, at kundaskarin hjá Volvo í uSA fór frá stórt sæð at vera miðaldrandi og eldri menn, til at vera 57% ungar kvinnur.

kvInnUR SnIÐGEvA bILInTað eru 11 ár síðan, at Volvo kom fram við hugskotinum at gera ein bil, sum bara var sniðgivin av kvinnum. Allar avgerðir vórðu tiknar

av kvinnum, og allir referansu-bólkar, sum vórðu spurdir til ráðs, høvdu bara kvinnur sum limir.

Kvinnurnar vildu stórt sæð hava tað sama sum mennirnir, tá tað snúði seg um stíl, orku og komfort. Men tá tað kom til snið og funksjón, so vóru munir.

Kvinnurnar vildu hava størri og betri atkomuligt viðførisrúm, tað skuldi vera lættari at koma í og úr bilinum, bæði í buksum og í kjóla, bilurin skuldi vera so viðlíkahaldsfríur sum gjørligt, skuldi vera lættur at parkera og møguleiki skuldi onkursvegna vera fyri at seta persónligt “preg” á bilin.

Úrslitið varð ein konseptbilur, har girstongin og hondbremsan vóru nakað flutt fyri at geva pláss fyri eini hondtasku, baksetrini vóru sum biografsetur at sláa niður, hetta fyri at fáa betur pláss fyri innkeypi, og hurðarnar kundu latast upp automatiskt. Og alt inntrekkið kundi fáast í øllum sokallaðum damuligum litum.

at lakkera bilar pink, monterað makeup-spegl og kalla bilar

kvinnubilar riggar ikki!!

nR

. 2 Au

di Q3

vol. 01 PREI 137

Page 138: PREi - Vol.1 September 2012

Hesum lærdi Volvo nógv av, hóast sjálvur konseptbilurin ongantíð varð framleiddur. Hetta setti eisini ein effektivan stoppara fyri slutrinum um, at kvinnur ynsktu sær bilar við tamponautomatum, blæuhaldarum, putliborði at sláa út o.s.fr.

YAHOO kUnnGjøRT kAnnInGÍ apríl í ár kunngjørdi Yahoo eina kanning, har túsundtals kvinnur luttóku. Favorittbilur teirra var Volvo S40. Tann næsti var ein VW Eos Carbriolet, tann triði VW boblan. Tann tíggjundi var ein lítil nissan býbilur, allir hinir harímillum vóru stórir og maskulinir 4x4 frá nissan, Ford, Honda, Toyota og Jeep.

Við øðrum orðum er valið lítið øðrvísi enn hjá monnunum. Hinvegin vísa fleiri kanningar, at kvinnurnar eru sera bevístar um dygd, um burðardygd og um útlát. Men tá avtornar velja tær stórt sæð sum mennirnir.

Har munur kanska sæst, er millum tey yngstu, har dreingirnir

ofta velja eftir gTi-merkinum, meðan genturnar ofta velja eitt flutningsamboð, sum so bíligt sum gjørligt skal flyta tey frá A til B.

mUnURIn mInkARMen bæði kynini vaksa í stóran mun frá hesum muni. Danska kanningin vísti eisini, at líka nógvar kvinnur sum høvdu stórt sæð somu bilar sum menn, eisini droymdu um ein stóran amerikanskan flótara ella ein luksusbil.

Í stóru kappingini Womans World Car of the Year í fjør vann tann stóri BMW 5, Citroen DS3 varð num-mar tvey og Volvo S60 nummar trý. Í ár varð býtt upp í familjubilar, luksusbilar, sportbilar og orkus-parandi bilar. Og heilt óvæntað vann tann øgiliga maskulini Range Rover Evoque stórt í samanløgdu kappingini. •

Listin í Woman’s World Car of the year 2012 sær soleiðis út:

Familjubilar1 BMW 3-series2 audi Q33 Ford Focus

Luksusbilar1 Range Rover Evoque2 Jaguar XJ3 audi a6

Sportbilar1 Porsche 9112 Jaguar XKR3 Mercedes Benz SLK

Orkusparandi bilar1 Honda Civic2 VW up!3 Ford Fiesta

Samanlagt suvereni vinnarin av Women’s World Car of the year 2012 er:

1 Range Rover Evoque2 BMW 3-series3 audi Q3

nR

. 3 BM

W 3-seria

VEITST TÚ?TÍN LÆRARI KANNBÍLEGGJA BÍLIGARIBØKUR TIL TÍNOG TÍNAR VINIRÁ O.FO?

SAMBAND+298 52 52 01

[email protected] PREI SEPTEMBER 2012

Page 139: PREi - Vol.1 September 2012

VEITST TÚ?TÍN LÆRARI KANNBÍLEGGJA BÍLIGARIBØKUR TIL TÍNOG TÍNAR VINIRÁ O.FO?

SAMBAND+298 52 52 01

[email protected]. 01 PREI 139

Page 140: PREi - Vol.1 September 2012

1

2

1

4

6

5

140 PREI SEPTEMBER 2012

Page 141: PREi - Vol.1 September 2012

Í heyst koma fleiri spennandi bilar, m.a. audi a1 Quattro í oktober og BMW3 active Hybrid í september. Tann nýggi Chevrole t Cruze kemur

væntandi eisini í oktobe r.Ford kemur við nýggjum Kuga í

november. Focus Electric kemur í september og ein nýggjur Transit kem ur í november. Honda CRV kemur í oktober, tað sama ger Kia Ceed Station Wagon og Mitsubishi Outlander. Opel Mokka kemur í november.

Peugeot hevur fleiri bilar á skránn i, 508 Hybrid4 kemur í novemb er, men ein nýggjur 4008 kemur longu í oktober. Til jóla kemur ein nýggjur Partner El. Nýggi Clio frá Renault kemur eisini til jóla, eins og tann sera nógv umrøddi Rapid frá Skoda eisini kemur um ársskiftið.

Toyota hevur fleiri broytt snið av Prius í heyst, bæði Seven og Plug-in, umframt yaris Hybrid. Til jóla kemur ein nýggjur auris. Toyota sýnir eisini sportsbilin GT86 beint eftir ársskiftið! VW lanserar nýgggja Golf Vii til jóla, umframt ein Jetta Hybrid.

Í 2013 kemur sjálvandi eisini ein rúgva av bilum. Eitt ótal av hybridbilum og elbilum frá fleiri bilaverksmiðjum kemur eisini á marknaðin, umframt nógvar um-hvørvis vinaligar smábilar, ið koyra laaangt upp á liturin. •

HER ERU kOmAndI bilsniðini

Ein sokallaður lanseringskalendari er gjørdur yvir nýggju bilsniðini, sum

koma á marknaðin restina av ári-num. Vit meta okkum eftir norska

marknaðinum, har útgávudagarnir longu eru ásettir.

7

1 Opel Mokka

2 Skoda Rapid

3 Honda CRV

4 Reaunault Clio

5 Toyota auris

6 Mitsubishi Outlander

7 Peugeot 4008

2 0 1 3

TEkSTUR óLa JáKuP RóLaNTSSON

vol. 01 PREI 141

Page 142: PREi - Vol.1 September 2012

Virksemið fevnir um grafiskar uppgávur, so sum sniðgeving av bú merkjum, faldarum, lýsingum, heima síðum o.ø. og uppgávur innan marknaðarføring av vørum og tænastum.

Umframt hetta tekur Grafikmaster sær eisini av prenti.

Grafikmaster hevur drúgvar royndir innan markn aðar føring og sniðgeving og hevur loyst nógvar fjøl broyttar uppgávur

LýsinGar | FaLdarar | Búmerki | PLakatir | FLøGuhúsar | heimasíður | rekLamuLutir | myndatøka | samLeikaskiFti

Latið okkum seta spor á tykkara marknaðarføring

Sniðgeving á høgum støði Skjót avgreiðsla Drúgvar royndir Rímiligir prísir

Mykinesgøta 5FO-100 Tórshavn

Faroe IslandsTel. +298 50 20 22

[email protected]

...tí snið hevur týdning

Page 143: PREi - Vol.1 September 2012

www.gbt.fo

Mannaskarð 4 · FO-100 Tórshavn · Tel +298 31 49 13 · [email protected]

roykalarmar eldsløkkjarar brandteppisløkkiskipanir

Betri fyrivarin enn eftirsnarur

...tá eitthvørt lív hevur týdning

Hava tit ikki frammanundan eina nøktandi sløkki- og ávaringarskipan eru vit til reiðar

at veita vælvirkandi heildarloysnir.

Set teg í samband við okkum og hoyr okkara boð uppá, hvør besta loysnin er til júst tykkara tørv.

RoykalarmarRoykvarnari við leinkju-eginleika. Signal verður sent frá einum til hin

EldsløkkjararVit hava pulvur- og CO2-sløkkjarar í fleiri støddum

BrandteppiBrandteppið er eitt týdningarmikið amboð, tá eldurin skal køvast

hugsað um trygdina

Gra

fikm

aste

r.fo

Page 144: PREi - Vol.1 September 2012

mERCEdES bEnz

A-klassin bjóðar av

Kappingarneytarnir fara at fáa harða kapping frá nýggja a-klassanum

144 PREI SEPTEMBER 2012

Page 145: PREi - Vol.1 September 2012

mercedes Benz kemur nú á marknaðin við einum heilt nýggjum A-klassa, sum longu hevur fingið nógv rós og sera

góð ummæli fyri sniðgeving, komfort og trygd frá bilaummælarum kring allan heimin. nýggi A-klassin er sjálvandi framleiddur við sama hugburði, sum allir aðrir bilar frá Mercedes Benz: “Tað besta ella einki”. Tí er ein hópur av nýggjari og tøkniligari framkomnari trygdarútgerð standard í nýggja A-klassanum. nevnast kann t.d. følarar, ið alla tíðina fylgja við, um førarin er við at møðast og trongir til hvíld. Eisini heldur nýggi A-klassin eitt vakið eygað við aðrari ferðslu á vegnum, soleiðis at førarin t.d. kann verða biðin um at bremsa, ella at seta ferðina niður, um ferðin er ov høg í mun til hina ferðsluna á vegnum. Harumframt hevur nýggi A-klassin eina framkomna trygdarkabinu við nýggju trygdarbjølgum og ein hóp

av aðrari trygdarútgerð, sum áður ikki er sædd í hesi bilastøddini. nýggi A-klassin er ikki bert tryggur, komfortabul og tøkniliga framkomin, hann er eisini spennandi í nógvar aðrar mátar, t.d. hevur sniðgevingin við sportssetrum og øðrum sportselementum fingið sera góð ummæli frá bila-ummælarum. umframt nógvu standardútgerðina, so er eisini ein hópur av eykaútgerð og pakkaloysnum til nýggja A-klassan. nevnast kunnu t.d. pakkarnir urban, AMg Sport, SportspakkinPlus, Eksklusiv- og AMg Eksklusivpakkin og ein rúgva av aðrari útgerð, soleiðis at tú kanst sniðgeva ein A-klassa, fullkomuliga eftir egnum ynski. Fleiri bensin og diesel motorar við manuellum ella automatiskum girum eru eisini at velja ímillum. Flaggskipið hjá Mercedes Benz, S-klassin, verður vanliga mettur at vera mest framkomni bilur í heiminum. Ein stórur partur av eykaútgerðini til

S-klassan fæst eisini til nýggja A-klassan. Bilaummælarar eru tí samdir um, at nýggi A-klassin fer at geva kappingarneytunum, sum t.d. Audi A3, BMW 1, VW golf og øðrum bilum í hesi støddini, harða kapping. FLEIRI A kLASSAR á vEGFólk frá Ivan bilum hava verið í Berlin og roynt nýggja A-klassan, og fleiri A-klassar eru longu bílagdir, sum Ivan bilar fáa á goymslu í september, tá ið nýggi A-klassin kemur á marknaðin alla aðrastaðni Ivan bilar fer at selja nýggja A-klassan til kappingarførar prísir, og hjá Ivan bilum eru tey sannførd um, at nýggi A-klassin fer at økja munandi um søluhagtølini hjá Mercedes Benz í Føroyum Prísurin á nýggja A-klassanum verður úr kr. 298.000,-. Fyri bert kr. 5.000,- afturat, kanst tú t.d. velja urban pakkan, sum m.a. inniheldur 17” alufelgur, dupult útstoyt, kølaragrill í krom, sportsetur í Artico leður, sport leðurratt o.a. •

vol. 01 PREI 145

Page 146: PREi - Vol.1 September 2012

AArne jacobsen: Nema Tórshavn, Nema Klaksvík, Nema Saltangará

bblink: Demmus SMSby Second female: Gellan SMSby malene birger: Margerita SMS

CCamoflage: idé Møblar Tórshavn

ddixie: Gellan SMS

EEndeavour by kirk maarbjerg: inspiratión SMSEva Solo: inspiratión SMS, Berglon Saltangará, Maria Poulsen Tórshavn, Thomas Dam Búnýti Tórshavn, Thomas Dam Búnýti Saltangará

GGuðrun & Guðrun: Guðrun & Gurðun Tórshavn, NorrønaGeorg jensen: inspiratión SMS, Maria Poulsen Tórshavn, Thomas Dam Búnýti Tórshavn, Thomas Dam Búnýti SaltangaráGorenje: Kramm Miðlon

HHelbak: inspiratión SMS, Maria Poulsen TórshavnHoptimist: inspiratión SMS, Thomas Dam Búnýti Tórshavn

IInwear: Margerita SMS

jjust female: Gellan SMSjust acces: Gellan SMS

kkitchen aid: inspiratión SMS, Kramm Miðlonkaj bojesen denmark: inspiratión SMS, Maria Poulsen Tórshavn

LLouis Poulsen: idé Møblar TórshavnLULU: idé Møblar Tórshavn

mmodstøm: Gellan SMS, Cheap Klakavíkmatt Pugh design: inspiratión SMSmikkalina glas: Handilin í Öström Tórshavnmontana: idé Møblar Tórshavnmenu: inspiratión SMS

nnormann Copenhagen: inspiratión SMS

OOnstage: Demmus SMSObH: Kramm Miðlon

PPerla Erla: Handilin í Öström TórshavnPieces: Pieces SMS

RRoyal Copenhagen: inspiratión SMS, Maria Poulsen TórshavnRutzou: Margerita SMS

SSix mix: Demmus SMS, Hjá Skós KlaksvíkStuff: inspiratión SMSSamsøe Samsøe: Gellan SMSStelton: inspiratión SMS, Maria Poulsen Tórshavn, Thomas Dam Búnýti Tórshavn, Thomas Dam Búnýti Saltangará

TThe body Shop: The Body Shop SMSTefal: Kramm Miðlon

vvagabond: Demmus SMSvila: Vero Moda SMSvero moda: Vero moda SMS, Shop-in Glyvrar, Sorella, Toystovan Tvøroyri

wwishbone: idé Møblar Tórshavnwegner: idé Møblar Tórshavn

YYSL: Matas SMS

vol. 01 • September 2012 HANDILSyVIRLIT

146 PREI SEPTEMBER 2012

Page 147: PREi - Vol.1 September 2012

grafi

kmas

ter.f

o

Vit umboða Brenderup viðfestis­vognar og kunnu bjóða alskyns vognar – bæði til vinnu og privat

...tín trúgvi fylgisveinur

Hevur tú Hest ella bát – ella Hevur tú bert brú fyri einum viðfestisvogni at koyra skrell við?

T.d. hava vit vognar... til bátaflutning til hestaflutning til mc-/bilaflutning til maskinflutning

Og vognar... sum eru innilokaðir sum eru opnir sum hava vippulast

Ring ella støkk inn á gólvið! Kanska hava vit júst viðfestisvognin, tú hevur brúk fyri.

Mannaskarð 4 · FO-100 Tórshavn · Tel +298 31 49 13 · [email protected] ...tá eitthvørt lív hevur týdning

www.gbt.fo

Page 148: PREi - Vol.1 September 2012

Júst tað,tú ynskti tærElektroniska gávukortið, ið kann nýtast í øllum handlum í SMS. Kortið fæst á marknaðardeildini í SMS. Gávukortið verður latið

í snøggari gávueskju.

Les meira á sms.fo