10
Retur Adresse: Fjølnir MFS Vesterbrogade 17A DK-1620 København Útvarp Føroya í Danmarks Radio Hvørt leygarkvøld kl. 19.00 - 19.30 er føroysk tíðinda-sending á Danmark Radio AM 1062. Sendingin er ein samandráttur av tíðindasendingum gjøgnum farnu viku í ÚF. Lýsingar kunna fáast í, við at venda sær til Útvarp Føroya tlf.: + 298 31 6566 Rúnar Reistrup hevur tey seinastu árini tikið sær av skrivstovuni hjá MFS í Århus. Hann er nú farin ta longu leið til Italiu, so brúk var fyri einum nýggjum skrivstovufólki her í høvuðsstaðnum í Jútlandi. Nýggja skrivstovufólkið er Jákup Sverri Kass – føddur í Tórshavn 19/01-1977 og er sostatt 25 ár. Hann er giftur við Poulu Michelsen Kass, og saman eiga tey dóttrina Súsonnu. Sum sagt, so bleiv hann føddur í Tórshavn ein kaldan vetrardag. Eftir loknan fólkaskúla gekk leiðin niðan í Hoydalar, har hann bleiv málsligur studentur í 1997. Síðani hevur hann arbeitt í Onglandi eina tíð, sum læraravikarur í Venjingarskúlanum, hevur roynt seg við løgfrøði, hevur fingist við politikk heima í Føroyum og arbeitt á Smyril Line. Alt hetta fekk tó ein bráðan enda í 2001, tá leiðin gekk til Århus. Har lesur Jákup Sverri í dag enskt og europeisk samfelagsviðurskifti á Handilsháskúlanum. Útbúgvingin er ein SPRØK- útbúgving. Miðað verður ímóti at útbúgva fólk til at kunna taka tær avbjóðingar, sum tann alsamt vaksandi europeiski marknaðurin krevur. Lestrargreinin, sum eitur ”Europeisk samfelagsviðurskifti”, snýr seg fyrst og fremst um búskapar- og samfelagsfak. Eisini læra tey eitt sindur um samskifti og KT. Jákup Sverri sigur, at fakfelags- arbeiðið altíð hevur havt hansara áhuga. Bæði í fólkaskúlanum, í Hoydølum, og seinast sum formaður í LFÚ hevur hann fingist nógv við ungdóms- og útbúgvingarpolitikk. Í MFS vónar hann at fáa eitt gott og sunt samstarv við restina av ráðnum. Viðvíkjandi sjálvum nevndararbeiðnum í MFS, so sigur hann seg harmast um, at hann enn ikki hevur kunnað lyft arvin hjá Rúnar til fulnar. Nýggj íbúð, nógvur lesnaður og lítið barn tekur mest sum alla frítíðina. Men vónandi verður hetta betri seinni. Hann sigur at enda, at hann vónar, at MFS, eisini framyvir, verður eitt hent amboð, sum øll føroysk lesandi framhaldandi kunnu gera sær dælt av. Jákup Sverri Kass, nýtt andlit í MFS høpi Leysasøla kr. 15,- Nr. 5, novembur2002 18. árg. Grein um føroyskan samleika 5. og seinasti partur av greinarøð um føroyskan samleika. Síða 4 Nærvarpið fingið nýggjar vertir Edmund Jacobsen, sum sjálvur er nýggjur vertur, hugleiðir um Nærvarp Okkara Síða 6 Jákup Sverri Kass, nýtt andlit í MFS høpi Baksíðan Tey lesandi—ein íløga? oddagrein Mentunarnáttin Myndir og ”profilur” av teimum, ið sýntu fram [køld] mín pizza svevur Ársins minsta bløðra Ein tími og 10 min, so stóð at bresta!

Fjølnir - Árgangur 18 - Nr. 5 - November 2002

  • Upload
    mfs

  • View
    285

  • Download
    0

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Fjølnir - Árgangur 18 - Nr. 5 - November 2002

Citation preview

Page 1: Fjølnir - Árgangur 18 - Nr. 5 - November 2002

Retur Adresse: Fjølnir MFS Vesterbrogade 17A DK-1620 København

Útvarp Føroya í Danmarks Radio

Hvørt leygarkvøld kl. 19.00 -

19.30 er føroysk tíðinda-sending á

Danmark Radio AM 1062. Sendingin er ein samandráttur av tíðindasendingum gjøgnum farnu

viku í ÚF.

Lýsingar kunna fáast í, við at venda sær til

Útvarp Føroya tlf.: + 298 31 6566

Rúnar Reistrup hevur tey seinastu árini tikið sær av skrivstovuni hjá MFS í Århus. Hann er nú farin ta longu leið til Italiu, so brúk var fyri einum nýggjum skrivstovufólki her í høvuðsstaðnum í Jútlandi. Nýggja skrivstovufólkið er Jákup Sverri Kass – føddur í Tórshavn 19/01-1977 og er sostatt 25 ár. Hann er giftur við Poulu Michelsen Kass, og saman eiga tey dóttrina Súsonnu. Sum sagt, so bleiv hann føddur í Tórshavn ein kaldan vetrardag. Eftir loknan fólkaskúla gekk leiðin niðan í Hoydalar, har hann bleiv málsligur studentur í 1997. Síðani hevur hann arbeitt í Onglandi eina tíð, sum læraravikarur í Venjingarskúlanum, hevur roynt seg við løgfrøði, hevur

fingist við politikk heima í Føroyum og arbeitt á Smyril Line. Alt hetta fekk tó ein bráðan enda í 2001, tá leiðin gekk til Århus. Har lesur Jákup Sverri í dag enskt og europeisk samfelagsviðurskifti á Handilsháskúlanum. Útbúgvingin er ein SPRØK-útbúgving. Miðað verður ímóti at útbúgva fólk til at kunna taka tær avbjóðingar, sum tann alsamt vaksandi europeiski marknaðurin krevur. Lestrargreinin, sum eitur ”Europeisk samfelagsviðurskifti”, snýr seg fyrst og fremst um búskapar- og samfelagsfak. Eisini læra tey eitt sindur um samskifti og KT. Jákup Sverri sigur, at fakfelags-

arbeiðið altíð hevur havt hansara áhuga. Bæði í fólkaskúlanum, í Hoydølum, og seinast sum formaður í LFÚ hevur hann fingist nógv við ungdóms- og útbúgvingarpolitikk. Í MFS vónar hann at fáa eitt gott og sunt samstarv við restina av ráðnum. Viðvíkjandi sjálvum nevndararbeiðnum í MFS, so sigur hann seg harmast um, at hann enn ikki hevur kunnað lyft arvin hjá Rúnar til fulnar. Nýggj íbúð, nógvur lesnaður og lítið barn tekur mest sum alla frítíðina. Men vónandi verður hetta betri seinni. Hann sigur at enda, at hann vónar, at MFS, eisini framyvir, verður eitt hent amboð, sum øll føroysk lesandi framhaldandi kunnu gera sær dælt av.

Jákup Sverri Kass, nýtt andlit í MFS høpi

Leysasøla kr. 15,-

Nr. 5, novembur2002 18. árg.

Grein um føroyskan samleika 5. og seinasti partur av greinarøð um føroyskan samleika. Síða 4 Nærvarpið fingið nýggjar vertir Edmund Jacobsen, sum sjálvur er nýggjur vertur, hugleiðir um Nærvarp Okkara Síða 6

Jákup Sverri Kass, nýtt andlit í MFS høpi Baksíðan Tey lesandi—ein íløga? oddagrein

Mentunarnáttin Myndir og ”profilur” av teimum, ið sýntu fram

[køld] mín pizza svevur

Ársins minsta bløðra Ein tími og 10 min, so stóð at bresta!

Page 2: Fjølnir - Árgangur 18 - Nr. 5 - November 2002

Fjølnir nr.8, November 2002

2

Hvat kann landið bjóða teimum lesandi, sum eftir loknan lestur venda heim aftur til Føroya? Hetta var nakað av tí MFS hevdi sett sær fyri skuldi vera evnið á árligu lestrarstevnuni í summar. Lestrarstevnan gjørdist av ymsum orsøkum ikki veruleiki í ár, men spurningurin er tess vegna ikki minni aktuellur. Men hvørja kós hevur samgongan sett í hesum máli? Ein sannroynd er tað, at roynt verður av øllum alvi at útbyggja Fróðskaparsetrið, og ætlanin er eisini, eftir hvat skilst, at bæði læknar og løgfrøðingar í framtíðini skulu kunna nema sær útbúgving heima á klettunum. Sjálvandi er hetta høg mál at seta sær, og summi seta spurnartekin við, um rúm er fyri tílíkum á nógvan hátt krevjandi útbúgving-um. Hetta skal ikki verða komið nærri inn á her, men hvussu er og ikki, so verður í Føroyum neyvan nakrantíð rúm fyri øllum ynski-ligum útbúgvingartilboðum. Tí er tað av alstórum týdningi, at roynt verður eisini at arbeiða fyri teimum, sum fara út í heim at nema sær útbúgving. Ynskið hjá landinum eigur sjálvsagt at vera at fáa alt tað útbúna fólkið heim aftur til Føroya, tí samfelagið hevur brúk fyri teimum! Sostatt kann tað metast vera ein íløga í føroyska samfelagið at fáa fólk at venda heim – ein íløga, sum ikki eigur at verða gloymd. Og

sjálvsagt ein enn størri íløga reint peningaliga, tá (ella um) tann tíðin kemur, tá føroyingar sjálvir fara at fíggja útbúgvingarstuðul teirra lesandi. Ein liður í hesum er m.a. ferðastuðulin, sum gevur teim lesandi eina fría ferð heim um árið. Soleiðis verður roynt at fáa tey lesandi at varðveita samband-ið við heimlandið, og soleiðis eggja teimum at flyta heim eftir loknan lestur. Tá útbúna fólkið kemur heim, eru tey ofta komin har til í lívinum, at tey vilja seta føtur undir egið borð. Eisini her hjálpir landið útisetunum, sum ”investera” í útbúgving uttan-landa. Á jøvnum føti við aðrar føroyingar kunnu vit skriva okkum á bíðilista til grundstykki í heim-staðarkommununi. Hetta er sjálv-sagt ein stórur fyrimunur, og fólk spara tíð, kann sigast. Okkurt verður gjørt, men ikki nóg mikið. Eitt av nýggju málunum í MFS-ráðnum er, at lesandi útisetar eisini skulu hava møguleika at skriva børn síni upp til ansingar-pláss heima í Føroyum. Sum støðan er í dag, kunnu børnini ikki verða skrivað upp, fyrr enn foreldrini, og barnið sjálvt, eru búsitandi heima í Føroyum. Enn er ikki verulig gongd komin á hetta arbeiðið í ráðnum, men fyri stuttum var eitt umboð fyri MFS í orðadrátti vid borgarstjóran í Havn, Jan Christiansen, um málið.

Eitt mótargument hjá borgar-stjóranum var m.a., at fólk uttanfyri høvuðsstaðin ikki kunnu skriva børn síni upp í Havnini. Hetta er sjálvandi eisini ein trupulleiki, men MFS verjir og arbeiðir fremst av øllum fyri tey lesandi, og uppgáva okkara er at gera vart við ónøgd okkara um egin rættindi. Tískil rópa vit nú varskó. Sum sagt, so er ferð ikki veruliga komin á málið enn, men eftir ætlan verður tað skjótt. Sum bíðilistarnir eru í dag eitt nú í Havnini, eru útlitini ikki serliga góð fyri nýútbúna føroyingin. Tá hann ikki fær børnini ansaði, sleppur hann als ikki at gagnnýta nývunna heitið, men má í staðin ganga heima og ansa børnum. Tað kann tískil ganga rúm tíð, áðrenn viðkomandi sleppur út á arbeiðs-marknaðin – og hvat vinnur landið so? Tað tykist løgið, og í veruleika-num ikki sørt sum ein andsøgn, at hesin rættur ikki er sjálvsagdur eins og við grundstykkjunum. Í øllum førum er tad ein sannroynd, at nógv setast aftur, og í staðin velja at taka av einum arbeiðstil-boði í útlandinum, har børnini sleppa á ansingarstovn. Skjótt festa fólk røtur, og kanska venda tey ongantíð heim aftur. Hvat fekst so burturúr íløguni í gløgga heilan, sum fekk fría ferð heim á hvørjum ári umframt útbúgvingar-stuðul í eini 5-6 ár?

FJØLNIR novembur 02 ISSN 1396-206X Útgevari: Meginfelag Føroyskra Studenta Vesterbrogade 17A DK-1620 København V tlf. 33 25 02 10 E-postur: [email protected] E-postur: [email protected] Blaðið verður sent øllum limum hjá MFS. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til

e i na av s k r i v s tovunum. Haldaragjaldið fyri 6 útgávur er kr. 100,-.

Skrivstovutíðir: Keypmannahavn: Opið mikudag og fríggjadag kl. 16–18. Århus: Opið týsdag kl. 16-18. Bústaðurin er: Áarstova, Vestergade 48D, 8000 Århus C. tlf. 86 13 18 61

Blaðstjórn Bjørg Dam, ábyrgd Svanna Jákupsdóttir Katrin Apol Absalon Eysturoy Annika H. Joensen Helena Højgaard Øl l eru vælkomin í blaðbólkin.

Prent MFS í Keypmannahavn. Prentað 7. November 2002 Evstamark Tilfar til komandi blað skal vera MFS í hendi í seinasta lagi 10. desember 2002. Endurprent Tilfar úr blaðnum kann endurprentast við tí treyt, at keldan er TÝÐILIGA merkt.

Oddagrein Tey lesandi—ein íløga? Katrin D. Apol skrivar [email protected]

Fjølnir nr.8, November 2002

19

Skráin fyri Føroyahúsið nov./des. 2002 24.11 Bókadagur : Bókmentir, tónleikur og matur.

30.11 Dansur við Eyðun Nolsøe og Pætur við Keldu.

01.12 Fernisering T. J. Thomsen. (Listafelagið)

10.12 Týsdagsdøgurði: Jólaborð og undirhald.

14.12 Jólakonsert vid norðurhavskórunum kl.17.00

15.12 Upptøka av jólaheilsum. (Nærvarp Okkara)

26.12 Ræstkjøtaveitsla

Húsakórið

Húsakórið er eitt av feløgunum í Føroyahúsinum, og telur tað umleið 40 fólk.

Dirigentur er Tórður á Brúnni, og leggur kórið dent á at syngja nógvan, góðan føroyskan tónleik, men eisini útlendskan tónleik, sum fólki dámar. Húsakórið venur í løtuni týskvøld frá 19:00 til 22:00. Meiri fæst at vita við at leita sær inn á heimasíðuna hjá kórinum: www.husakorid.dk

U p p s l a g s t a l v a n

Ráðið 2002

!! Skipar tú ella felag títt fyri tiltaki, sigið okkum frá !!

MFS Limaveitsla. Ráðið hevur tikið avgerð, at limaveitsla aftur verður næsta ár. Flest øll munna minnast hetta sera væleyðnaða kvøldið fyrst í mars í ár við borðhaldi, talum, sangi, undirhaldi og øllum tí, ið hoyrir til á tílíkari veitslu. Endaligi dagurin er enn ikki lagdur, men ætlanin er antin at taka 22. febr. ella 1.mars komandi ár. So minst til at halda hesar dagar fríar í álmanakkanum. Hevur tú hug at verða við til at skipa fyri, ella møguliga góð hugskot til undirhald o.a., vend tær so til okkum.

Rimmar dansur

Leygarkvøldið 30.nov. skipar Nærvarp Okkara fyri a l m e n n u m d a n s i í Føroyahúsinum. Eyðun Nolsøe og Pætur við Keldu spæla til dans. Á loftinum verður salsatónleikur at hoyra, meðan tú kanst leska tær við einum væl ”sjeykaðum” eksotiskum drinki úr meksikansku barrini hjá Edmund. Kostnadur 80 krónur. Portrið letur aftur á midnátt.

Page 3: Fjølnir - Árgangur 18 - Nr. 5 - November 2002

Fjølnir nr.8, November 2002

18 18

H e v u r t ú v i t j a ð w w w. m f s . f o?

Fríggjakvøldið 15. nov. skipaði MFS fyri heilt serstøkum kafékvøldi í Føroyahúsinum, sum vit her velja at nevna Pissikafé. Á pissikaféini fekst øl fyri einans 5 krónur og tilboðið stóð við, inntil tann fyrsti fór at kasta sær av vatninum. Tí ráddi um at drekka so nógvar øl sum gjørligt hjá tí, sum tystur var, áðrenn tann tann fyrsti fór á vesið. Kaféin byrjaði klokkan 21.30 og bólkurin AnnaMaTrio við Annu Mariu Olsen, Dánjali Dam á Neystabø og Róki Jakobsen spældu og sungu. Heilt fitt av fólki var savnað í Føroyahúsinum, men til ilsku og vónbrot hjá teimum, sum vóru

komin fyri at drekka nógvar øl, gekk ikki meira enn ein góður tími, áðrenn ”Ársins minsta bløðra” varð funnin. Klokkan 22.45 brustu dyrnar inn á harravesið upp, og ein algoystur ungur harri mátti viðganga, at han ”simpelthen ikki kláraði meira”. Tambaðu bløðruna átti Eyðun úr Havn, sum tá var so sprongdur, at hann mátti fara á vesið. Kanska ikki tann best umtókti persónurin millum gestirnar hetta kvøldið, men hóast hetta klappaðu fólk óført, tá syndarin varð kunngjørdur við mikrofonina. Møguliga var orsøkin til mongu lógvabrestirnar tann, at

fleiri bløðrur tá longu stóðu at bresta, men eingin tordi at taka ta tungu leið út á væl upplýsta vesið úti í gongdini. Enn einaferð var roynt við víðkaðari upplatingartíð, og opið var til kl. 2.00. Fólk tyktust vera væl nøgd og fóru syngjandi víðari út í køldu vetrarnáttina í danska høvuðsstaðnum. Eitt tiltak, sum helst verður endurtikið.

Tann minsta bløðran!

Fjølnir nr.8, November 2002

3

Innihaldsyvirlit 2 Tey lesandi—ein íløga? - oddagrein Katrin D. Apol skrivar 4 Betydning af færøsk nationalitet (greinarøð um føroyskan samleika) Jørgen Kromann Jørgensen og Johanne Lykke – Olsen skriva 5 Tveir nýggir ráðslimir í MFS 6 Nýggjar røddir í Nærvarpinum Edmund Jacobsen skrivar 8 Væleydnað tiltak á mentunarnáttini Svanna Jákupsdóttir skrivar 9 Høgni Magnussen—mediegrafikari 10 Beinta Vilhelmsen—skraddari 11 Joana V. Bjarnastein—hondarbeiðslærari

12 Meduna Dalsgaard—stud. ark. 13 Lena Nicolajsen, grafiskt design 14 Anna Kristin Bæk—sniðgevi 15 Torkil Vilhelmsen—møbulsnikkari 17 Haldaralepin 18 Tann minsta bløðran Svanna og Katrin skriva 19 Uppslagstalvan 20 Jákup Sverri Kass—nýtt andlit í MFS høpi

Um tú byrjaði at lesa um várið,

skalt tú minnast at søkja um ferðastuðul frá Stuðulstovninum.

Freistin er úti 31. desembur 2002.

Umsóknarbløð og vegleiðing kann printast út av

heimasíðuni hjá Stuðulstovninum.

http://www.studulsstovnurin.fo/ferdastudul/ferd.htm

Page 4: Fjølnir - Árgangur 18 - Nr. 5 - November 2002

Fjølnir nr.8, November 2002

4

Vi har nu redegjort for, hvor der kan sættes ind for at ændre færingers opfattelse af, hvad der kendetegner dansk national identitet med henblik på at få dem til at føle sig danske. Spørgsmålet er imidlertid, om den nationale identifikation med Danmark kommer automatisk, når man øger identifikationen med de træk, der forbindes med den danske nationale identitet, eller om andre faktorer også spiller ind. I vores ana lyse a f den følelsesmæssige tilknytning så vi, at en af færingerne stadig ikke følte sig som dansker på trods af, at hun havde taget snart sagt alle de træk hun forbandt med det danske til sig. En anden færing giver udtryk for et meget mere afs lappet forhold t i l s in nationalitet og forklarer, at hun sagtens kan føle sig som både færing og dansker: ”Jeg er bare stolt af, at jeg kommer fra Færøerne (…) men jeg er lige så stolt af at bo her, altså at have den nationalitet nu.” (IP1: 20). Dette viser, at færingernes opfattelse af, hvorvidt deres færøske nationale identitet ekskluderer eller kan inkludere en dansk national identitet, spiller en væsentlig rolle for deres mulighed for at føle sig danske. Hvis den færøske identitet kan inkludere en dansk identitet, er der ingen problemer med at føle sig som dansker, men hvis den færøske identitet ekskluderer en dansk identitet, indtræffer følelsen af at være dansker ikke. Det er dermed ikke givet, at man ved at ændre de træk, der forbindes med den danske nationale identitet, kan få alle færinger til også at føle sig som danskere. De færinger, hvis færøske nationale identitet ekskluderer en dansk national identitet, vil ikke umiddelbart kunne føle sig som danskere. Derimod har de færinger, der føler, at deres færøske nationale

identitet kan inkludere en dansk national identitet, potentiale for at føle sig danske. Konklusion Vi har gennem en analyse af interview med 5 studerende færinger vist, hvilke træk, der for færøske studerende i Danmark kendetegner dansk og færøsk national identitet. Først og fremmest er det tydeligt, at der i færingernes øjne er tale om to forskellige nationale identiteter. Alligevel er det er i høj grad de samme komponenter, som kendetegner identiteterne, nemlig fo res t i l l i nger om soc ia le fællesskaber, fysiske forhold, sprog og kollektiv viden. Derimod varierer indholdet i de enkelte komponenter, eksempelvis er færøske sociale fællesskaber karakteriseret ved at være givne, tætte og personlige, hvor danske s o c i a l e f æ l l e s s k a b e r e r karakteriseret ved at skulle k o n s t r u e r e s o g v æ r e individorienterede og upersonlige. På grundlag af analysen har vi diskuteret, på hvilke områder, der kan sættes ind for at få færinger til også at føle sig som danskere for at sikre politisk stabilitet – i det konkrete ti lfælde at opretholde Rigsfællesskabet. Inspireret af Kymlicka har vi taget afsæt i, at en undertrykkelse af den færøske nationale identitet vil betyde en yderligere styrkelse af trangen til løsrivelse. Vi har

derfor primært fokuseret på, på hvilke områder det er muligt at omdefinere indholdet af den forestilling om en dansk national identitet, som færinger har, så den kan rumme den færøske nationale identitet og ikke skaber e n m a s s i v f ø l e l s e a f anderledeshed og underordning hos færinger. Vi har peget på en række områder, der muligvis vil kunne ændre følelsen af anderledeshed. Det gælder blandt andet en mindre betoning af det storby-agtige og en større betoning af det provinsielle Danmark. Derudover vil en øget opprioritering af det danske sprog gennem styrkelse og synliggørelse af incitamenterne til at lære dansk kunne reducere følelsen af anderledeshed samt dansker. Her er det væsentligt, at der fokuseres på to-sprogethed og ikke dansk på bekostning af færøsk. Endelig er det nødvendigt at gøre op med danskernes stereotype billede af færinger ved at give dem større viden om det daglige liv på Færøerne. Vores diskussion har vist, at det ikke nødvendigvis fører til fælles solidaritet, at forestillingen om dansk national identitet ændres, så den kan rumme en færøsk national identitet. Det afgørende for, om der kan skabes både dansk og færøsk national identitet beror ligeledes på, om færinger betragter deres nationale identitet som ekskluderende eller

Betydning af færøsk nationalitet (5. og seinasti partur av greinarøð um føroyskan samleika) Jørgen Kromann Jørgensen og Johanne Lykke-Olsen skriva

Fjølnir nr.8, November 2002

17

HALDARALEPIN Set kross: Ja, eg vil gerast limur í MFS og m.a. fáa Fjølnir 6 ferðir um árið. Limagjald: 150 krónur. Ja, eg vil gerast haldari av Fjølni. Haldaragjald: 100 krónur. Navn:

Bústaður:

Frímerkið

MFS Vesterbrogade 17A

+++ 2832 +++ DK– 1620 København V

BÚSTAÐARBROYTING Navn:

Fyrrverandi bústaður: Nýggjur bústaður:

Frímerkið

MFS Vesterbrogade 17A

+++ 2832 +++ DK– 1620 København V

Page 5: Fjølnir - Árgangur 18 - Nr. 5 - November 2002

Fjølnir nr.8, November 2002

16

Lena Nicolajsen, stud. grafiskt design Meduna Dalsgaard, stud. ark. Bjørg Dam, stud expo tekn. Í sambandi við mentunarnáttina tóku Lena, Meduna og Bjørg stig til at gera eina seriu við trimum A1 plakatum av umleið 150 føroyingum, ið eru ella hava verið undir lesnaði. Plakatinar vórðu sera væl móttiknar, og fleiri ynsktu at ogna sær eitt eintak. Kanska verður tað møguligt einaferð í framtíðini.

Fjølnir nr.8, November 2002

5

inkluderende for en dansk national identitet. Perspektivering Det ville i vores øjne være interessant at undersøge, hvad der er bestemmende for opfattelsen af færøsk national identitet som ekskluderende eller inkluderende. Vi har netop i opgaven vist, at hvis man betragter dansk national identitet som noget, der kan eksistere side om side med den færøske nationale identitet, så er der størst mulighed for, at færinger kan opleve en fælles solidaritet med danskere. Netop den fælles solidaritet så vi som et afgørende grundlag for at opretholde Rigsfællesskabet. Ved at undersøge, hvad der er bestemmende for opfattelsen af færøsk national identitet som ekskluderende eller inkluderende er der mulighed for at diskutere, hvordan denne opfattelse kan påvirkes i retning af at give plads til begge nationale identiteter, så Rigsfællesskabet kan opretholdes. Det er oplagt at udbrede undersøgelsen til at omfatte andre grupper af færinger end studerende i Danmark for at nuancere billedet at dansk og

færøsk national identitet og politikanvisningerne til at bringe disse i samklang. I det tilfælde, at vi skulle udvide undersøgelsen, ville vi på baggrund af vores metodiske erfaringer foretrække at benytte et pilotinterview til at anslå temaer og emner, og derefter at vælge en mere induktiv tilgang med åbne spørgsmål. I opgaven har vi peget på, at forestillinger om forskellige nationale identiteter spiller en stor rolle for, hvilken nation man identificerer sig med og at national identitet dermed er en vigtig brik i spørgsmålet om Rigsfæl lesskabets f remtid. Forskelle i dansk og færøsk national identitet kan dog ikke alene forklare, hvorfor en del færinger ønsker løsrivelse, men bidrage med en væsentlig forståelse hertil. Skulle man lave en mere fuldstændig analyse af f æ r i n g e r n e s ø n s k e o m selvstændighed, ville det være re levant at supplere en undersøgelse af forholdet til national identitet med en undersøgelse af, i hvilken grad og hv i lke pol i t i sk-økonomiske faktorer påvirker færingers

f o r h o l d t i l o g s y n p å R ig s fæl le s skabet . Det e r eksempelvis sandsynligt at tro, at oliefund og succesfuldt fiskeri udgør en væsentlig årsag til den øgede løsrivelsestrang, i den forstand at god økonomi i kan virke motiverende, da der med en gunstig økonomi er et realistisk grundlag for en selvstændig og levedygtig stat.

Manglar tær onkran at venda tær til, tá tú hevur eitthvørt uppá hjartað? Send ein e-post til

[email protected]

Tveir nýggir ráðslimir í MFS.

Í farna mánaði fekk MFS-ráðið tveir nýggjar limir, eftir at ráðslimirnir seinastu tíðina vóru fækkaðir í tali, tá m.a. H a l l a N o l s ø e P o l u s e n (forkvinna) og Guðrið Weihe rýmdu úr Keypmannahavn í lestrar-ørindum. Í longri tíð hevur fleirtalið av ráðslimunum verið konufólk, og sóknast hevur tískil verið eftir at fáa mannfólkini betur umboðað í ráðið. Men hvussu er og ikki, so tykist hetta vera ein torførari uppgáva, og har áður var sagt: ”Maður kemur í mans stað”,

sømir tað seg í MFS høpi betur at siga: ”Kvinna kemur í kvinnu stað. Nýggju limirnir eru Guðrun Hammer og Helena Debes Højgaard. Tær verið búsitandi og lesandi í á flatlondum síðan ávíkavist 1997 og 1999. Guðrun hevur lisið sosialvísind á RUC. Fr. Hammer hevur áður givið til kennar, at hon einaferð hevði eitt ynski um at broyta og bjarga heiminum. Møguliga er tað hetta ynskið, ið liggur til grundar fyri hennara áhuga fyri MFS-ráðnum. Tí hóast hon er nýggjur ráðslimur, so hevur hon í longri tíð flirtað við MFS sum limur í GÚ-nevndini.

Helena er ein av mongu humanistunum á KUA, og fak hennara nevn i s t Tha i/ Sydøstasien studier. Í løtuni er tað tó ikki teilendskt mál, sum fer við hennara tíð, men heldur fólkalívsfrøði, ið hon tekur sum tilval. Sjálv sigur Helena seg altíð hava havt ein ávísan áhuga í studentar-politiskum arbeiði, m.a. kann hon vísa á ein nevndarsess í n æ m i n g a - r á ð n u m h j á studentunum í Hoydølum. Hon sigur tó sjálv: ”Eg havi ikki kent meg til reiðar til MFS fyrr enn nú”.

Page 6: Fjølnir - Árgangur 18 - Nr. 5 - November 2002

Fjølnir nr.8, November 2002

6

Hvussu og hví byrjaði tú at senda í Nærvarpi Okkara...? Ein sunnudag, áðrenn eg skuldi niðan í Parkina at hyggja eftir einum FCK fótbóltsdysti, hoyrdi eg av tilvild eitt brot úr Nærvarpinum. Tá sat ein púra e in samal l u r maður , I an Onghamar, og varpaði og manglaði fólk, sum kundu hjálpa til og varpa. Eftir tað kontaktaði eg hann og var við sum teknikari at byrja við. Hetta var miðskeiðis í septembur 2002. Eg helt og haldi enn, at tað er sera áhugavert at royna samskifti og teknikk, sum umfatar føroyingar. Eftir at eg varð útlærdur og havi so ruddiliga sagt farvæl við skúlabonk, føli eg, at tað er nógv orka til yvirs. Tí var timingin í lagi. Sjálvandi er arbeiðið ólønt, og tað er bæði arbeiði og eitt sokallað frítíðarítriv, men ein fær góða ávirkan og innlit í n ó g v , s u m h e n d i r í Føroyahúsinum og í teimum føroysku feløgunum ymsa staðni á Sælandi. Slíkt er áhugavert og gevur royndir. Eg kann til stuttleika viðganga, at oftani, tá ið eg havi skrivað teldupost á føroyskum, so fær Martin Fjallstein ella Virgar Dalsgaard loyvi at rættlesa, áðrenn sent verður. Teir eru kønir í móðurmálinum, sum eg ikki havi skrivað nakað serliga, síðan eg kom niður í 1994. Mær vitandi er samstarvið og tónin sera góður millum feløgini sum t.d. eru "Nærvarp Okkara", "Fótatraðk", "MFS", "Føroyska Ráðgevingin", " k a f f i s t o v a n " , k ó r i n i , " Ta l v f e l ag i ð " , "Ney s t i ð " , "Kvinnufelagið" og øll, sum koma inn á gólvið í Føroyahúsinum. Halt mær til góðar, um eg gloymdi onkran. Men uttan hetta góða samstarv hevði eg als ikki tímað.

Viljin er til staðar at gera nakað gott fyri allar føroyingar, sum tíma at lurta eftir Nærvarpinum og føroyingar sum heild. Eg minnist, hvussu kalt sálarliga tað var, tá ið eg í apríl mánaða í 1994 fekk arbeiði hjá DSB sum stýrimaður á Kronprins Frederik og kom einsamallur frá góðari familju úr Føroyum og til Danmarkar. Tá stóð ein so berur og skuldi beinleiðis umstilla málið, vinir, heimið og nógv annað. Eisini tí mugu vit standa væl saman og stuðla hvørjum øðrum. Men tá í tíðini hevði eg ikki torað í Nærvarpið, ikki tvøran fótin. Satt er, at Nærvarpið fyri tveimum mánaðum síðani var um at detta niðurfyri, sum eisini áður er hent og harvið steðga við at senda. Tað hevði neyvan verið gott, um einki Nærvarp var eitt t í ð a r s k e i ð . S o m i n k a r samanhaldið og kunningin í ávisan mun millum føroyingar í Keypmannahavn. Ringast er, um alt studio í Nærvarpinum verður niðurlagt med alla, tí tá verða tól, fløgur o.a. selt ella burturlutað, og Nærvarpið sendur ongantíð aftur. Tað kann henda. Eitt annað, sum eisini er eitt sindur keðiligt, er, at tað koma og fara nógv fólk í Nærvarpinum. Soleiðis er tað bara, og á tann hátt noyðast vit at líta á hvønn annan, har atmosferan er óstøðug. Eitt annað er, at her er eitt sera stórt úrval av søguligum tilfari sum t.d. hópatal av upptøkum á kasettubondum frá 1980 og fram. Mong eru tey, sum hava starvast her og eisini á Rosenborggade, har Nærvarpið byrjaði at senda. Tíverri hava vit

ikki nakran lista yvir allar persónar, ið áður hava starvast í Nærvarpinum, men tað kann væl samlast. Um onkur liggur inni við minnum í hesum sambandi, so vilja vit fegin hoyra um slíkt og samrøða við tey. Áhugað skulu als ikki smæðast fyri at koma í Nærvarpið, tí jú fleiri jú betur og fríari. Ein góð loysn er, at gera fleiri s o k a l l a ð i r " s t a t i o n e r a r " arbeiðsbólkar. Her meini eg við at líkasum tað hevur verið áður, har fleiri bólkar skiftust um at senda, so koyrir Nærvarpið betur, og fólk troyttast ikki so skjótt av at starvast ólønt. Eisini kundi tað verið áhugavert at fingið eitt samstarv við føroysk tíðindafólk og tíðindastovnar, tí so verður tað hugaligari at starvast her. Kappingarneytar hevur Nærvarpið ikki. Hvat er "Nærvarp Okkara"….? Umframt at senda, so hava vit samrøður við ymiskar føroyingar, sum búgva og ferðast í Keypmannahavn. Mannagongdin er bæði beinleiðis ella upptøka í studio og eisini upptøka við pinkudiski (minidiski) t.d. úti á gøtuni ella niðri í stovuni í Føroyahúsinum.

Nýggjar røddir í Nærvarpinum Edmund Jacobsen skrivar

Fjølnir nr.8, November 2002

15

Torkil Vilhelmsen - møbulsnikkari Byrjaði i meistaralæru hja Niels Roth Andersen møbulsnikkara í 1999. Har verður framleitt mest stólar og borð teknað av kendum arkitektum, t.d. Finn Juul. Aftaná 2 ár skifti hann lærupláss fyri at fáa eina meiri fjølbroytta útbúgving. Torkil lærir nu hjá Rønne & Askou, inntil hann verður liðugur í mars 2003. Har verður frammleitt t.d. prototypur, køkar, ymiskt innbúgv og seruppgávur. Framtíð: Teknar og framleiður egnar møblar longu nú. Framsýningin: Tað, sum er framsýnt, hevur Torkil Vilhelmsen teknað og framleitt: Hvílustólur úr lakeraðum valnøtutræi, setur/ryggur úr formspentum x-fineri, polstraður úr krokodilluskinni og alcantar. Reolkassar úr valnøtutræi og zeprano. Sofaborð úr riopalisander og bustaðum rustfríum stáli. Kontakt: [email protected]

Page 7: Fjølnir - Árgangur 18 - Nr. 5 - November 2002

Fjølnir nr.8, November 2002

14

Anna Kristin Bæk, sniðgevi Flutti til Keypmannahavnar í 1998 og gekk á dramalinjuni á Vestegnens Film- og Dramahøjskole í eitt hálvt ár við lærugreinunum dans, drama, musik og medie. Byrjaði at lesa teatervidenskab á Universitetinum í Keypmannahavn í 1999 og tók samstundis privattímar hjá einum sjónleikara og søkti inn á sjónleikaraskúlarnar í landinum, kom tó ikki inn. Árið eftir varð Kristin vorðin troytt av universitetslesnaðinum,og fór at leita sær eftir einari meira kreativari og praktiskari útbúgving, og kom fram á Internationala móta- og designskúlan Columbinskolen á Frederiksberg har hon seinastu tvey árini hevur útbúgvið seg til klædnadesignara ella sniðgeva. Framtíð: Kristin ætlar at nýta sniðgevaútbúgvingina innan sjónleikaheimin, sum enn er hennara størsta áhugaøki. Tað er heldur ikki óhugsandi, at hon fer at royna sjónleikaraskúlarnar einaferð afturat. Í løtuni er Kristin arbeiðsleys, men hevur nakrar freelanceuppgávur. Eitt nú hevur hon heyst verið í Føroyum og skipað fyri stóru heystmótasýningini hjá SMS. Aftaná jól byrjar hon sum praktikantur í skræddarasalinum á Caféteatret í Keypmannahavn. Framsýningin: Taskurnar er ein verkætlan, ið Kristin hevur arbeitt við síðan summarferiuna. Tað eru ikki nógvir sniðgevar, í øllum førum ikki føroyingar, ið fáast við at seyma taskur, og tí helt Kristin tað vera áhugavert at fara í holt við. Fólk ídag vilja gjarna skilja seg burturúr mongdini og hava sín heilt egna stíl, og hetta verður fyri tíðina m.a gjørt við at samanseta nýggj pløgg við gomul. Tískil hevur Kristin valt at seyma taskurnar úr endurnýttum tilfari og at gera allar ymiskar. Lyklaorðini eru sostatt: endurnýtsla og eindømi. Endamálið er at skapa stuttligar og øðrvísi taskur til gerandis- og veitslubrúk. Harumframt at gera taskuna til eitt sjálvstøðugt plagg á líka fót við onnur klæðir, og kanska enntá at fáa taskuna at verða tann avgerandi faktorurin í komandi klædnavali. Taskurnar eru til sølu fyri millum 300 - 400 kr. Kontakt: tlf: 22942835 ella [email protected]

Fjølnir nr.8, November 2002

7

Mær kunnugt varð Nærvarp Okkara stovnað umleið í 1980. Nærvarpið verður stuðlað við peningi frá mongum ymiskum stovnum í Føroyum og eisini í Danmark. Nærvarpið skal sjálvt søkja um stuðulin. Umleið einaferð um árið hevur Nærvarpið havt almennan dans í Føroyahúsinum til tess eisini at samla pening inn, sum so mong onnur feløg gera. Nærvarp Okkara eigur gomul og slitin tól at senda og samskifta við. Men alt riggar so hampuliga væl. Kortini verður neyðugt at keypa nýggja útgerð um ikki so langa tíð. Alt arbeiði í Nærvarpinum er ólønt. Tó fær ein kaffi/te og køkur, tá ið sent verður. Tað er sera hugnaligt og spennandi at sita her uppi á loftinum í Føroyahúsinum í hitanum saman við føroyingum og millum stearinljós og senda føroyskan tónleik. Fløgurnar eru gávur/stuðul frá teimum føroysku fløguútgevarunum sum t.d. Tutl og 3-arin. Samstarvið við øll feløgini er gott, og rokniskapurin í Nærvarpinum er í lagi, og nakað av peningi er tøkur. Tey, sum eg havi prátað við og hava verið í Nærvarpinum áður, siga øll tað sama við meg: "Hatta er sera spennandi tað fyrsta árið, so tímir tú ikki meira". Tað passar higartil, tí tað er spennandi, og eg havi verið her í tveir mánaðir. Men her er stórur tørvur á fólki, tí annars møðast vit av einsamøll at senda nærvarp. Ein persónur klárar als ikki at senda einsamallur. Eg haldi, at Kirstin lesur skjótari upp "tíðindi úr Føroyum" og "kungerðir" enn eg sjálvur. Tí er tað gott at býta arbeiðið millum okkara á besta praktiskan hátt,

og eg kann gera okkurt annað. Ein og hvør kann ikki sleppa inn í Nærvarpið at senda, tí vit mugu taka støðu til, um viðkomandi er álítandi ella ikki. Men kortini er neyðugt at heita á føroyingar, sum eru áhugaðir í teknikki, samskifti, tónleiki, rokniskapi o.t. um at koma inn á gólvið, tá ið vit senda, fyri at síggja hetta studio, sum er í tveimum rúmum. Tá kunnu fólk kanska eisini velja tónleik og vera við, meðan vit senda, um hugur er. Arbeiðið er ikki meira bindandi, enn at ein sigur "ja" (ella "nei") til bert eina sending í senn. Hvat er skráin fyri restina av 2002 hjá Nærvarpinum.…? "Rimmar dansikvøld 30.11 2002": Vit eru nøkur í Nærvarpinum, sum skipa fyri almennum dansi í Føroyahúsinum. Endamálið við dansinum, umframt at samla pening inn fyri Nærvarpið, er, at øll fara at hugna og stuttleika sær í Føroyahúsinum. Vit loyva okkum at meina, at ongin verður vónsvikin viðvíkjandi fyrireiking av hesum dansi og at prísirnir verða í lægra lagi. Dansurin byrjar leygarkvøldið kl. 22 tann 30. november 2002, og endar kl. 04. Portrið steingir sum vanligt kl. 24. Á stovuhæddini spælir tónleikabólkur til dansin. Í bólkinum eru Eyðun Nolsøe og Pætur við Keldu. Tað, sum Nærvarpið veit, er, at hesir báðir hava spælt saman áður umleið 5-10 ferðir, og tað er t.d. á H o t e l F ø r o y u m , í Føroyahúsinum og á Skarv, og í samrøðu við okkum varð sagt, at teir hava inspirerað hvønn annan á ymsan hátt. Teir fara at spæla

góðan dansitónleik. Persónliga eri eg sera spentur, hvussu alt hetta fer at eydnast. Hetta er fyrstu ferð at eg, saman við Kirstin og øðrum, eri við til eitt so stórt tónleikatiltak. Møguliga er tað eisini síðstu ferð, og tí vil eg gera nakað gott innan fyri hetta tiltakið. Á 1. hædd: Tequila Barr Salsatónleikur Garderoba (ókeypis) Vit fara, við hjálp frá Anniku Brimheim, at spæla blandaðan góðan salsatónleik úr Cuba, Mexico, Brasilia og aðrastaðni. Tequila-barrin verður tann allarstørsta avbjóðingin í søgu Nærvarpsins. Eg vil bert siga, at næstan øll sløg av frukt vera at fáa, og tveir el-blendarir verða uppsettir. Ein skal kennast sum ein sannur mexikanari ella sum ein bygdamaður/kona á ferð á Cuba. Vit prýða hølið og vónandi verður ein nýggj barr uppsett. "Jólaheilsur 15.12. 2002". Hetta er eitt tiltak, sum fyrst og fremst er fyri børn og foreldur í DK. Eisini er tað fyri ommur og abbar heima í FO. Tað verður jólahugni í Føroyahúsinum henda dagin, sum Føroyahúsið og Nærvarpið skipar fyri. Endamálið hjá Nærvarpinum er, at børnini skula hava tað gott henda dagin. Nærvarpið ætlar sær ikki at taka nakran pening henda dagin. Vit vilja bert gera tað stuttligt hjá børnum at verða til staðar, og væntandi fer Jensina Olsen at lesa eina góða jólasøgu. Sí kunngerð í Nærvarpi Okkara, í skránni hjá Føroyahúsinum og u p p d a t e r i n g á www.faroehouse.dk

Page 8: Fjølnir - Árgangur 18 - Nr. 5 - November 2002

Fjølnir nr.8, November 2002

8

MFS skipaði saman við Føroyahúsinum fyri ymiskum tiltøkum á mentunarnáttini, ið varð hildin í Føroyahúsinum 11. oktober. Eitt kvøld sum 11.oktober 2002, Københavns Kulturnat 2002, er eitt kvøld, har ein spyr seg sjálvan, hvat mentan er. Ikki nakar slóðbrótandi spurningur, men altíd avbjódandi at svara og tad var tann spurningurin, vit í MFS settu okkum, tá vit skuldu hava mentunarkvøldið upp at standa. Mentan er jú ikki bara eitt, mentan er nógv. Ein liður í mentanini er skapanargleðin og hvat hon fremur í tí ávísa tíðarráki, hon livir í, og tað var júst hetta, vit leitaðu eftir. Sum felagið, ið umboðar tey føroysku lesandi, var einki meira upplagt enn at leita út til tey lesandi og leita eftir tí, sum nørist har. Tað var í samstarv við Føroyahúsið, at MFS skipaði fyri f r a m s ý n i n g o g c a f é á

mentunarnáttini 11. oktober 2002. Á áhugaverdu framsýningini var høvi at síggja handverk hjá ungum, evnagóðum, nýútbúnum og lesandi føroyingum. Har var umboðað alt frá myndlist og yrkingum til tað meira handaliga sum eitt nú klædnapløgg og húsbúni. Onki er at ivast í, at unga føroyska l i s t in og skapanargávurnar standa í blóma; tær eru bæði tíðarhóskandi og ikki minst áhugverdar, og tað sást eisini á fólkunum, sum komu at hyggja at framsýningini. Dyrnar lótu upp kl. 19, og tá vóru vit á loftinum næstan liðug við at seta framsýningina upp. Longu tá byrjaðu fólk at streyma til, flest av teimum danir. Føroyingarnir komu nakað seinri, sum siður er. Á m i ð h æ d d i n i v a r t a ð Føroyahúsið, sum skipaði fyri. Har var hugnaligt caféumhvørvi og samstundis hendi allatíð okkurt á pallinum, sum var settur upp til tiltakið: Føroyskur dansur við

”Fótatraðk”, sjónleikur eftir William Heinesen við Maritu D a l s g a a r d , s a n g u r v i ð Kallakórinum Lítla, og so framførdi Randi Holm søgnina ”Kópakonan”. Eisini her var nógv fólk, og hóast ikki varð steðgað leingi, so var allatíð nógv fólk - bæði føroyingar og danir. Sum heild eitt satt mentunar-kvøld við fjølbroyttari list bæði sjónleiki, tónleiki, myndlist, yrking o.ø. Ongantíð áður hava so nógv fólk og serliga ung fólk leitað sær inn á Vesterbrogade 17A, so tað er at fegnast um. Tað er eisini eitt tekin uppá, at hetta er eitt tiltak, sum tey lesandu áttu at verið ein partur av á hvørjum ári.

Væleydnað tiltak á mentunarnáttini Svanna Jákupsdóttir skrivar

Bókadeild Føroya Lærarafelags

Bókadeildin hevur bókaklubba fyri børn og ung Bókaklubbin er býttur í fýra bólkar eftir aldri:

Bólkur I 0 – 3 ár. Fáa 8 myndabøkur um árið

Bólkur II 4 – 7 ár. Fáa 8 bøkur um árið Bólkur III 8 – 12 ár. Fáa 8 tekstbøkur um árið

UNG 13 ár og eldri. Fáa 4 ungdómsbøkur um árið

Bókadeild Føroya Lærarafelags Pedda við Stein gøtu 9

FO-100 Tórshavn Tlf. 317644 Fax 319644

Heimasíða: http://www.bfl.fo

Minst til: MFS limir fáa bæði internet-Dimmu og Internet-

Sosialin fyri 1/2 prís bert við at venda sær til MFS skrivstovuna.

Fjølnir nr.8, November 2002

13

Lena Nicolajsen, grafiskt design Flutti til Aarhus í 1996, og árið eftir flutti hon til Keypmannahavnar. Gekk á ymiskum tekniskeiðum og fór so undir ”den fri ungdomsuddannelse”. Í hesum sambandi gekk hon millum annað á tekniska skúla, Glyptotekets tegneskole og Tegneskolen i Ryesgade. Kom inn á Danmarks Designskúla 2001. Framsýningin: Lena framsýnir ymiskt, sum hon hevur gjørt á Danmarks Designskúla. Framtíð: Tað er ein góður spurningur. Kontakt: [email protected]

Page 9: Fjølnir - Árgangur 18 - Nr. 5 - November 2002

Fjølnir nr.8, November 2002

12

Meduna Dalsgaard, stud. ark. Flutti til Keypmannhavnar í 1995 fyri at lesa bókmentavísund á KUA, gekk har í knappliga 2 ár við tjekkiskum sum tilvali. Søkti inn á Kunstakademiets Arkitektskole í 1997 og hevur gingið har síðani. Høvuðsáhugamál er byggilist, hevur tó eisini áhuga fyri restaurering og landslagsarkitekturi. Hevur verið við í prísuppgávukapping útskrivað av fyrrverandi By- og boligministeriet várið 2002. Kappingin æt ”Nyindustrialisering”. Uppskotið er gjørt saman við Mariu K. Davidsen, Rasmus Groth, Johanna Rossbach og Pelle Sørensen, sum eisini lesa á Kunstakademiets Arkitekskole. Uppskotið hevur heitið ”Genforbrug” og fekk ein serprís á 30.000 fyri at vera framskygt. Verkætlanin er at síggja á heimasíðuni www.nyindustrialisering.dk saman við hinum uppskotunum, sum vóru við í kappingini. Framtíð: At virka sum bygningsarkitektur. Framsýningin: Myndirnar eru um tekst, litir og tilfar í gerandisdegnum. Framsýnda objektið er ein uppgáva, sum er gjørdi í 1999 á 4. semestri. Uppgávuheitið var ”Ikaros: materie og stof”. Kontakt: [email protected]

Ikaros: Myte og stof

Fjølnir nr.8, November 2002

9

Høgni Magnussen, mediegrafikari Kom til Danmarkar januar 2000. Gekk á grafikerlinien á Design Skolen, Nykøbing F. Gongur nú á Københavns Tekniske Skole, har hann lærir til mediegrafikara. Útgav yrkingasavnið ’Orðgasmur’ í 1999. Framtíð: Ætlanin er at sleppa inn á Danmarks Designskole og útbúgva seg víðari innan tað grafiska økið. Eisini liggur skrivingin nær hjartanum – og vónandi verður eitthvørt útgivið í nærmastu framtíð. Framsýning: Yrkingarnar eru allar nýggjar. Eitt sindur eksperimenterandi – bæði innihaldið og útsjóndin. Kontakt: Høgni Egholm Magnussen Tranehavegård 31, st. tv. 2450 KBH SV Mobil: 27269688 mail: [email protected]

[kvirrur kvistur] starir meg í svøvnaeygað . [køld] mín pizza svevur [mettur eingil] lúrir við einum eyga letur sum um hann svevur hann blundar bara blunkar hann

[forljóð] á | stungna móðurmálstunga tuska tú nú | kyss meg [feb.] kavin bráðnar tað hvíta úr eygunum [1890] Vincent fann oyrað

[munnunum] orðið rullar mutlar orðið eygað á tunguni sum svøltandi svølgir seg sjálva [quote] ein leki í leysari luft

Her eru nakrar av yrkingunum, ið Høgni vísti fram.

Page 10: Fjølnir - Árgangur 18 - Nr. 5 - November 2002

Fjølnir nr.8, November 2002

10

Beinta Vilhelmsen – skraddari Flutti til Keypmannahavnar summarið 1998 at ganga á handarbeiðslæraraskúla. Gavst stutt eftir og byrjaði í 1999 á Teknisk Skole Ishøj, beklædningshåndværkerlinien, og helt fram í læru á SKP deildini skúlans sum skraddari. Framtíð: Verður útbúgvin í desembur í ár og væntar at flyta heimaftur til Føroyar komandi summar. Framsýning: Tað mesta av framsýningini er ein partur av tí, Beinta hevur fingist við í samband við útbúgvingina. So eru eisini barnaklæðini ið eru nevnd Mariuhønan, sum hon hevur selt av í Føroyum seinasta 1 1/2 árið. Kontakt: Beinta Vilhelmsen Dalslandsgade 8, K 505 2300 København S Tlf 32886857 e-mail: [email protected]

Fjølnir nr.8, November 2002

11

Joana Valborg Bjarnastein, hondarbeiðslærari Joana varð í summar liðug sum hondarbeiðslærari við veving sum høvuðsgrein á Seminariet for Kunst og Hånd-værk, Kerteminde. Í endaligu uppgávuni hevur Joana arbeitt við klædnavevnaði – málið var at framleiða nýggj klæði við at nýta ótraditionelt vevingartilfar. Framsýningin: Til endaligu uppgávuna varð ein rúgva vovin. Maiken Secher, lesandi á Danmarks Designskúla, hevur síðani valt nakrar av teimum mest áhugverdu burturúr, herímil-lum hesir tríggir plaggdúkarnir. Teir tríggir banarnir eru vovnir í silki, ull og lycra og eftirviðgjørdir við vaski. Ha-rumframt er ein bani tøvdur. Kontakt: Joana Valborg Bjarnastein Jagtvej 112, 2 th 2200 KBH N tlf 63 32 12 95

GG! Um tú hevur nakrar spurningar til útstillararnar um tilfarið, útbúgving ella annað, ert tú vælkomin at seta teg í samband við tey.