13

Fjølnir - Árgangur 22 - Nr. 4 - Desember 2006

  • Upload
    mfs

  • View
    323

  • Download
    4

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Fjølnir - Árgangur 22 - Nr. 4 - Desember 2006

Citation preview

Page 1: Fjølnir - Árgangur 22 - Nr. 4 - Desember 2006
Page 2: Fjølnir - Árgangur 22 - Nr. 4 - Desember 2006

1 Forsíða24 Baksíða

ur trillari, ið lýsir eitt Orwellskt science-fiction kent eysturtýskland, eitt grátt, klaustrofob-iskt eftirlitssamfelag, har eingin kann kenna seg tryggan. Ein ræðandi tíðarmynd, sum tyk-ist so fjar frá Týsklandi nú, hóast bæði offur og bøðlar liva fræls saman í dag. Pallmyndin virkar sera autentisk, bæði klæðir, hárseting og umhvørvið sum heild. Sum í ”The Conversation” (1974) hjá Copp-ola megnar filmurin at fáa áskoðaran at kenna seg sum ein voyeur av bæði lívinum hjá pari-num, meðan vit samstundis fáa innlit í intim-asta privatlívið hjá Wiesler. Men maðurin við steinandlitinum, sum at byrja við tykist vera ein stereotypur, avstumpaður nazibøðil, vísir so líðandi tekin upp á samkenslu og manna-góðsku. Hann er ómetaliga vælleiktur av Kevin Spacey-kenda Ulrich Mühe. Eins og

Wiesler eru flest allir persónar nuanseraðir og realistiskir, ikki einans svartir og hvítir. Hesin ómetaliga spennandi, men eisini hugvekjandi filmurin er ein lovprísan av frælsa samfelagnum; minnir okkum á hvussu galið tað kann ganga, og hvussu gott vit eiga at hava tað. Kanska eisini er ein peikifingur rættaður ímóti teimum mongu eysturtýskar-um, sum leingjast aftur til gomlu dagarnar. “Das Leben der Anderen“ vann 2. dec. prís-in sum besti filmur 2006 frá European Film Academy, og eftir slatrinum at døma kann ein oscarvirðisløn sum besti útlendski filmur verða ávegis. Hiðani skal hann eisini hava tey bestu viðmæli. Leikstjórin Florian Henckel von Donnersmarck (sic!) hevur við fyrsta filmi sínum markerað seg sum ein leikstjóri, ið er verdur at halda eyga við í framtíðini.

Meginfelag Føroyskra Studenta

Árgangur 22 3. útgáva desembur 2006

Arbeiðið fevnir víða, og upp-gávurnar eru í høvuðsheitum: ● Vanligar fyrisitingarligar skrivstovuuppgávur ● Umsiting og dagføring av heimasíðu felagsins ● Samskifti við limir felag- sins, aðrir áhugafelags skapir, og almennu myndugleikarnir í Føroyum ● Fyrisingarligt og upp- søkjandi arbeiði fyri ráð- ið og nevndir felagsins ● Prent og umbýti av Fjølnir

MFS væntar av tær: 1) At tú fyrst og fremst hevur áhuga fyri tí ar- beiði, ið MFS ger.

2) Tú eigur at duga at arbeiða sjálvstøðugt, og samstundis hava góð samstarvsevnir, tí skrivstovuarbeiðið er rættiliga tengt at ráð- num og nevndum felagsins. 3) Skrivieginleikar og innlit í telduskipanir á brúka- rastøði eru somuleiðis ein fyritreyt fyri arbeiði- num á skrivstovuni. 4) Heimasíðan verður somuleiðis ein partur av arbeiðinum, og tú verður sett/ur inn í, hvussu heimasíðan virkar reint tekniskt, og tú skalt vera før/ur fyri

at finna relevant evni til heimasíðu felagsins

5) MFS væntar somu- leiðis, at tú hevur tev fyri, hvørji studentar- politisk mál kunnu gerast partur av MFS.

Metir tú teg sjálva/n hava hesar eginleikar? Send so okkum eina umsókn við eini lýsing av tær sjálvum/ari, einum CV´i og møguligum tilmælum frá øðrum størvum innan 25. januar.

Umsóknin verður send til skrivstovuna á Vesterbro-gade 17A innan 25. januar.

Høgguslokkur til skrivstovuna hjá MFS í Keypmannahavn

Hevur tú, sum limir í MFS, hug at krydda lestrartíðina við einum spennandi lestrararbeiði? Søk starvið innan 25. januar sum høgguslokkur á skrivstovuni hjá MFS í Keypmannahavn, og byrjað 1. februar! Arbeiðið er 8 tímar um vikuna, og tímalønin er 105 kr. um tíman

Barnsburðarfarloyvi til lesandi í Føroyum − ein sigur fyri MFS

Hvar eru Fróðskapar-setrið og tey lesandi á setrinum?

Valdsbýti – nakrar atfinnandi viðmerk-ingar

Úr Føroyum til Aberdeen

síða 2

síða 6

síða 13

síða 18

Page 3: Fjølnir - Árgangur 22 - Nr. 4 - Desember 2006

232

Doris Bjarkhamar, forkvinna í mfs

6. Desembur samtykti Føroya Løgting ein-mælt at seta í gyldið løgtingslóg um broyting í útbúgvingarstuðulsskipanini. Lógaruppskot-ið varð lagt framm av landsstýrismanninum Jógvan á Lakjuni fyrst í novembur, og síðan hevur ma. MFS havt møguleika at gera við-merkingar til uppskotið. Løgtingslógin er ein

sigur fyri MFS! Tað eru eini

6 - 7 ár síðan MFS av fyrst-ani tíð vendi sær til Menta-

málaráð i við einum ítøkiligum uppskoti um barns-

burðarfarloyvisskipan fyri lesandi í Føroyum, soleiðis at hesi sluppu undan at koma undir forsorgarlógina. Hesi 6 - 7 árini hevur MFS við jøvnum millumbili vent sær til MMR fyri at fáa gongd á málið, og viðtikna løgtingslóg staðfestir, at MFS ger mun, og at tørvur er á einum felagsskapi, ið arbeiðir fyri okkum lesandi!

BarnsburðarfarloyvisskipaninLógin um barnsburðarfarloyvi til lesandi í Før-oyum varð sum sagt samtykt 6. desembur, og kemur í gyldið 1. januar 2007. Lógin leggur upp til, at lesandi fáa rætt til farloyvisstuðul í samband við barnsburð og ættleiðing við einari upphædd, svarandi til stuðulsupphæddina fyri útibúgvandi í upp til 11 mánaðir. Upphæddin fylgir barninum tvs. at tað er eitt krav, at tann lesandi, ið fær útbúgvingarstuðul, meðan viðkomandi er í

GuDmunD nielsen, film- oG meDieviDenskaB lesanDi

Týskur filmur hevur av álvara aftur fingið við-burð. Eftir “Das Boot“ hjá Wolfgang Petersen frá 1981 og deyða Fassbinder í 1982 hava verið fáir týskir filmar og leikstjórar, ið hava gjørt seg galdandi í heimshøpi. Nýbrotið kom við Tom Tykwer, hvørs ferðmikli og smart klipti stressfilmur ”Lola Rennt” (1998) náddi út til eina breiða áskoðarafjøld. Men ferð kom av álvara á týska filmsídnaðin við Hitler-stórfilminum ”Der Untergang” (2004). Aðrir leikstjórar enn Tom Tykwer fingu uppmerk-semi, og tað tykist, sum um at sjálvrannsókn av óhugnaligu týsku søguni í farnu øld er vorðin eitt heitt evni, sum megnar at selja at-gongumerkir eisini uttan fyri landoddarnar. “Goodbye Lenin“ (2003) eftir Wolfgang

Becker var ein gløgg svørt drama-komedia, ið á ein sera originalan hátt viðgjørdi tíðina í Eysturtýsklandi um tað mundið, tá múrurin fall. “Das Leben der Anderen“ eitur nýggj-asti filmurin um lívið handan jarnteppið. Árið er 1984, fimm ár til Berlinmúrurin fell-ur, og eingin endi sæst á kalda krígnum. Eitt kvøldið í sjónleikarahúsinum, gerst menta-málaráðharrin Bruno Hempf drigin at víða-gitnu sjónleikarakvinnuni Christu-Mariu Sie-land, sum gongur saman við intellektuella og, á skræðuni, stýristrúgva høvundanum Georg Dreyman. Í vón um at finna okkurt, ið kann fella rivalin, biður Hempf STASI topp-agentin Gerd Wiesler um at hava eftirlit við og avlurta Dreyman. Men so líðandi gert Wiesler sjálvur alsamt meira drigin av lívi teirra, hann av-lurtar… “Das Leben der Anderen“ er ein psykologisk-

Barnsburðarfarloyvi til lesandi í Føroyum − ein sigur fyri MFS

issn 1396-206X

Útgevari: Meginfelag Føroyskra StudentaVesterbrogade 17 ADK-1620 KBH V33250210Teldupostur: [email protected]: [email protected]

Blaðið verður sent øllum MFS-limum. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til eina av skrivstovunum.

skrivstovutíðir:Keypmannahavn: Føroyahúsið, opið mánadag og fríggjadag kl. 16-18Århus: Áarstova, Vestergade 48D, 8000 Århus. Tlf: 27748321 Opið er týsdag kl. 16-18

Blaðstjórn:Durita Jóansdóttir, (formaður)Doris Bjarkhamar, (blaðstjóri hesuferð)Malan Ludvig, (skrivari og rættlesari)Suffía við Stein, (uppsetari)

Øll eru vælkomin í blaðbólkin – send okkum ein teldupost !!!

Prent: MFS-skrivstovan í Keypmannahavn

Prentað 2006-12-13

endurprent:Tilfar úr blaðnum kann endur-prentast við tí treyt, at keldan er týðiliga merkt.

2 23

filmsummæli:

Das Lebender Anderen

honecker letur á morgni vindeygað upp í kontórinum, og sigur: „Góðan morgun, kæra sól!“ sólin svarar: „Góðan morgun, kæri erich!“. Á døgurðatíð sigur honecker aftur út gjøgnum vindeygað: „Góðan dag, kæra sól!“. og sólin svarar: „Góðan dag, kæri erich!“. men tá honecker um kvøldið biður sólini gott kvøld, er einki svar. hann endurtekur: ”Gott kvøld, kæra sól, hvat bagir tær?” sólin svarar: ”ren meg í reyvina! nú eri eg her vesturi!”

Fjølnir 2006 Fjølnir 2006

Framhald á baksíðuni

Page 4: Fjølnir - Árgangur 22 - Nr. 4 - Desember 2006

322

lærari. Eg haldi, at tað mangan hevur verið strævið, og eins og fleiri onnur so havi eg til tíðir trupult við at síggja, hvat øll teoriin skal brúkast til.

Hvat gert tú í tíni frítíð? Hana nýti eg sam-an við manninum og dóttrini.

Besti sangur? Sálmurin “Takk Guð fyri alt sum hendi.” Hann verður ofta sungin til jarðarferð, og tí halda summi hann vera syrgi-ligan, men fyri mær er tað ein lovsangur, sum talar sera nógv til mín, og sum er um øll lívsins viðurskifti – bæði góð og minni góð.

Besta sjónvarpsrøð? Desperate Housewives. Hana haldi eg vera ordiliga skeg, og tað er nokk tí at man kemur frá einum smábýi, og ofta kann kenna seg aftur í nógvum av tí, sum upptekur dámurnar í DH. Alt skal fyri ein og hvønn prís síggja gott út uttanífrá, men tá hurðin er aftur, hava vit øll okkara trupulleikar at dragast við. Og so ikki minst hvussu umráðandi tað er hjá okkum kvinn-um at hava góðar vinkonur at tosa við, og kunna “lossa av “ saman við. :-)

Besta bók? Uha, avslørað. Lesi sera lítið út yvir tað fakliga, men ein sum eitur “Kærlig-hedens fem sprog” haldi eg er góð til at læra at skilja munin millum kynini, og hvussu vit kommunikera uppá ymiskar mátar.

Besti filmur? “My name is Sam” – simpul-ten so fittur og rørandi filmur

Lekkrasti sjónleikari? Pierce Brosnan haldi eg riggaði alvorliga væl sum James Bond

Hvat er títt motto? At gera móti øðrum eins og eg vil, at tey skulu gera móti mær.

Hvønn valdi tú til seinasta løgtingsval? Onga viðmerking.

Keypir tú vistfrøðiligan mat? Tað mesta er ikki vistfrøðiligt, men tað er einamest tí, at Fakta ikki hevur so stórt úrval av tí vistfrøðiliga.

Hvussu ofta keypir tú klæðir? Ov sjálvdan (men tað heldur maðurin nokk ikki, hehehe). Endi sum oftast heldur við at hyggja eftir skóm – mín veika síða.

Hvat hevði tú tikið við tær út á lítla Dímun? Birgir og Fríðu, og so heit klæðir. Restina skuldu vit nokk funnið útav har úti.

FaroeJet ella Atlantic? Annað hvørt – stuðla kappingini, men í summar ætla vit við Norrønu, tí vit hava keypt bil. :-)

Besti fótbóltsspælari í Føroyum? Jákup Mikkelsen

Hvørjum leingist tær eftir í Føroyum? Frískari luft

Ætlar tú tær heimaftur, tá tú ert liðug? Ja, heilt sikkurt.

Hvat hevur tú við tær í viðførinum, tá tú fert heim? Góð minnir og nógv góð vinarløg sum eg nokk ikki hevði fingið, um vit ikki vóru flutt til DK

Hvønn spurning vildi tú sett næsta persóni í Millum tvær negl? Hví halda vit jól?

Hvønn persón hevði tú viljað sett millum tvær negl? Jólamannin

barnsburðafarloyvi, býr saman við barninum. Búgva bæði lesandi foreldrini saman við barninum, kunnu tey sjálvi gera av, hvussu tey býta stuðulin, tó soleiðis, at tey ikki kunnu fáa barnsburðarfarloyvisstuðul samstundis. Lesandi undir ÚS-skipanin hava í dag møgu-leika at fáa stuðul í upp til eitt ár afturat á-settu lestrartíð. Hetta merkir, at tekur tú eina 4 ára-langa útbúgving, kanst tú fáa stuðul upp til 5 ár, skuldi tú verið seinkað/ur. Barnsburðarfarloyvisstuðulin gevur tí les-andi møguleika at fáa stuðul í upp til eitt ár meira, verður lestrartíðin longd enn meira or-sakað av barnsburði ella ættleiðing. Farloyvis-tíðin verður samanumtikið løgd afturat vanligu loyvdu stuðulsstíðini. Um tú ynskir meira ítøkiligar upplýsingar um lógina kanst tú venda tær til skrivstovuna hjá MFS.

enn betri sømdirHóast MFS uppfatar barnsburðarfarlovyis-skipanina sum eitt frammstig hjá teim les-andi í Føroyum, ætla vit okkum ikki at gevast við at strongja á MMR soleiðis, at korini hjá øllum lesandi í Føroyum kunnu gerast betri. Øll ÚS-skipanin skal endurskoðast í næstum, og væntandi fara broytingar at verða gjørdar í ma. ferðastuðlinum og ÚSUN-skipanina. Hetta verður ikki gjørt uttan, at MFS fer inn í málini soleiðis, at føroyingar, ið lesa uttanfyri Føroyar verða tryggjaðir á besta hátt. Í við-merkingunum til lógina verður lagt upp til, at útbúgvingarstuðulsskipanin til uppihaldarar skal endurskoðast hesa tingsetuna, og at miðað verður ímóti at seta broytingar í gyld-ið pr. 1. august 2007. MFS fer at strongja á at fáa upphæddina áljóðandi 33.000 kr.

um árið. (knappar 40.000 kr. við prísatals-regulering) hækkaða. Ein ársinntøka uppá 33.000 kr. um árið er als ikki nóg mikið hjá lesandi sum heild at klára seg fyri gjøgnum lestartíðina. Gongdin í húsaprísunum sein-astu árini hevur pressað leigugjaldið upp, og Føroyar hava í løtuni ikki tey stóru alternativ-ini enn privat leigumál til lesandi í Føroyum. Sum heild eru umstøðurnar hjá teim lesandi í Føroyum ikki nøktandi, og tískil hevur MFS valt at seta fokus á Fróðskaparsetrið og tey lesandi har. Tað sigur seg næstan sjálvt, at MFS heldur ikki metir, at upphæddin er nøktandi hjá uppi-haldarum, og als ikki hjá støkum uppihaldar-um, skulu tey klára at svara hvørjum sítt. Við-tiknað lóg er mett at geva ein meirkostnað áljóðandi 1 mió.kr, og er upphæddin ikki stór, um hugsað verður um visjónirnar hjá sitandi landsstýri. Samgonguskjalið áleggur lands-stýrismanninum í mentamálum at betra um umstøðurnar hjá uppihaldarum, og løgmaður hevur í ólavssøkurøðuni 2006 lovað, at sømd-irnar hjá lesandi uppihaldarum skulu gerast betri. Vónandi kann MFS verða við til at fáa málið stungið út í lívið, eins og MFS hevur verið við til at seta júst viðtiknu løgtingslóg á politisku dagsskránna í síni tíð. Uppskotið, hoyringar, viðmerkingar og sjálv lógin er at finna á. www.logting.fo

22 3Fjølnir 2006 Fjølnir 2006

Page 5: Fjølnir - Árgangur 22 - Nr. 4 - Desember 2006

214

fía linDenskov, mfs-rÁðið

Studentarblaðið, ið tú júst situr og lesur í, byrj-aði MFS at útgeva til limir sínar í 60´árunum. Blaðið hevur gjøgnum øll árini verið kallað ”Fjølnir”. Men, hvat merkir Fjølnir, ella rætt-ari, hvør var Fjølnir? Fjølnir kan sigast at vera ein semimytolo-giskur persónur. Tað vil siga, at hann bæði kann finnast í søguligum keldum (Søgnum), og í gudfrøðini. Eftir søgnini varð Fjølnir Yngvason føddur í ár 32 f.kr. og var sonur Ásagudin Froy og vøkru jatnakvinnuna Gerd og navnið merkir ”Hin al-vitandi”. Hin Svenska kongsættin ”Ynglinger-ne” skuldu eftir søgdum vera eftirkomarar hjá Froyi, ið var kongur við Uppsala. Froyur var sera

avhildin sum kongur, tí undir honum valdaði friður, bæði í Svøríki og víða um heimin. Froy-ur varð eftir deyða sín dyrkaður sum gudur, tí friðurin vardi við eftir deyða pápa hansara. Froyur varð tilbiðin sum gudur fyri gróðri og nøring. Fjølnir, ið var sonur Froy, tók við kongssæti-num eftir deyða pápa sín. Fjølnir varð førur fyri at varðveita friðin í Svøríki og norðurlond-um og varð hann tí eisini tilbiðin.Fjølnir endaði tó dagar sínar á ein heldur sjáldsaman hátt. – Góðan vil onkur kanska halda? Einaferð var Fjølnir boðin í stóra veitslu í borgini hjá Fróða kongi í Danmark. Fjølnir hevði drukkið

Navn og aldur: Hanna Vágsheyg, 25 ár

Hvaðani ert tú? Úr Klaksvík – city of dreams

Hvat lesur tú og hvar? Statskundskab á Kbh Universitet

Hvat gjørdi tú, áðrenn tú byrjaði at lesa? Tjaaa, sleit sum sagt mínar barna-skógvar í Klaksvík við tí sum har til hoyrir, fólkaskúla, hondbólt, fótbólt (dugdi hvørki) o.a. Húsarhaldsskúla í Klaksvík, HF í Klaks-vík – best ikki at fara for langt ha? Og so

fluttu eg og maðurin til DK í 2002 at lesa.

Ert tú glað fyri valið, tú hevur tikið? Tú meinar sikkurt lestrarvalið. Eg eri glað fyri teir møguleikar, ið tað gevur mær í framtíðini – kundi hugsa mær at verið miðnámsskúla-Veitsla hjá Fróða kongi

Ásagudurin Froy, pápi Fjølnir

Hvør var Fjølnir?

4 21

at samla fólk saman til eitt ball ella bara ein pub-túr. Busssamband er kring allan býin, og næstan allir bussar koma inn á Union Street, ið er høvuðshandilsgøtan í Aberdeen. Tó kann tað verða eitt sindur torført at venja seg til at nýta pundið sum gjaldoyra. Vørurnar kunnu ofta tykjast ógvuliga bíligar, men lat tað verða sagt: Aberdeen er ikki bíligasti býur í Skotlandi! Sum tíðin gongur, lærir tú teg at keypa inn á teim røttu støðunum, soleiðis, at pengapungurin strekkir til. Fyri stuttum skipaði Sigmundur Ísfeld (før-oyski umboðsmaðurin í Stóra Bretlandi) fyri einum væleydnaðum og hugnaligum fundi á einum hotelli í Aberdeen. Ætlanin við fund-inum var ma, at Sigmund, ið dagliga er staddur á skrivstovuni í London, skuldi fáa størri vitan um okkum lesandi í Skotlandi.

Sigmund borðreiddi við ymiskum til matna, og samstundis varð møguleiki at seta honum spurningar. Høvið varð somuleiðis at hitta tey “nýggju” lesandi í býum, og sum heild koma at kenna hvønn annan betri. Sum heild ein sera hugnaligur dagur! Sum lesandi í Stóra Bretlandi, fær tú teldupost sendandi frá um-boðsmanninum í Stóra Bretlandi við tíðind-um úr Føroyum, og sama teldupost adressan kann nýtast at koma í samband við hann, tørv-ar einum hjálp á ein ella annan hátt. Alt í alt er Aberdeen ein deiligur býur at búgva í. Fólkini eru fitt og skúlarnir geva ein-um góðar avbjóðingar. Tað einasta, ið kann sigast er, at um tú tekur valið at flyta til Aber-deen, so er ringt at fara skeivur. Eg havi ikki tosað við ein føroying, ið ikki trívist Aberdeen, og eg kenni allar føroyingarnir í býnum.

Millum tvær negl

Hanna og Fríða

Fjølnir 2006 Fjølnir 2006

Framhald á næstu síðu

Page 6: Fjølnir - Árgangur 22 - Nr. 4 - Desember 2006

520

tíðindabløðum. Eitt nú metti “The Times” at sosiologi á AU, átti at verið sett á eitt fjórða pláss á listanum yvir bestu Sosiologideild-irnar í Stóra Bretlandi.

Býarlívið hjá teim lesandi í aberdeenPub mentanin í Skotlandi er ógvuliga ser-merkt, og tað sigst, at Aberdeen er tann býur-in við flest pubbum, samanborið við fólkatal í Stóra Bretlandi. Ein sleppur tískil altíð inn onkrastaðni um ein hevur hug at fara í býin ein túr. Býurin kann eisini bjóða góðar nátt-klubbar, og “Liquid” er møguliga tann størsti í býnum. Tað sermerkta við náttarlívinum hjá teimum lesandi í Aberdeen er, at tey fara í býin mánadagar og mikudagar. Hetta kemst av, at pubbar og náttklubbar geva góð tilboð til tey lesandi mitt í viku! Sum føroyingur kann hetta verða eitt sindur torført at takað til sín, tí vit eru jú von við at fara í býin í vikuskifti-num, men skjótt gerst ein vanur við hendan lívsstílin. Eitt er heilt víst, at vit lesandi hava ikki so “djúpar” lummar, og tískil fara nógv av okkum í býin mitt í viku. Til alla lukku fara skotar eins og føroyingar eitt sindur seint í býin, men eftir klokkan eitt, kann tað vísa seg at verða torført at sleppa inn í teir stóru klubbarnir. Ein kann standa í kø uttan fyri klubbarnar, ið røkkur heilt oman á vegin og rundan um hornið. Eftir at klubbarnir lata aft-ur, um trý tíðina, fara fólk út á gongugøtina at keypa sær okkurt at eta. Talan er serliga um “fast-food”, so sum pizza, chips og fyri ikki at gloyma indiska kebab. Eitt, sum skotum dáma ógvuliga væl er chips n’ cheese (chips við osti omaná). Møguliga, ljóðar hetta ikki so tiltalandi, men smakkar hetta rættiliga væl, og kemur væl við eftir ein túr í býnum. Eftir

hetta verður ofta farið í taxa-køina, og gud náði tann, ið roynir at snúgva seg rundan um køina. Nú tosað verður um skotska køment-anina, so kunnu vit føroyingar læra nógv av skotum, ið standa í kø óansæð um tey eru til handils ella skulu hava ein taxa. Mong vilja vera við, at um ein stillar seg á gongubreytina í Skotlandi at bíða eftir ongum, so áðrenn tú veist av, er ein kø aftan fyri teg, uttan at vita, hvørjum tey bíða eftir. Hetta er einans ein av stuttligu dømunum um skotsku kømentan-ina.

føroysk lesandi í aberdeenAt verða føroyingur í Aberdeen, er als ikki so torført. Sum nú er, so eru umleið 40 lesandi føroyingar í Aberdeen, og ein stórur partur av hesum lesir á AU. Hetta merkir, at tað ofta kemur fyri, at ein møtir øðrum føroyingum á campus, og fær eitt lítið prát ella ein kaffi-munn. Mangan verður tikið til, at føroyingar ikki hava stórar trupulleikar við enska máli-num. Hetta kann á ein hátt verða satt, men tá ein kemur til fyrilestrarnir, koma aðrir bollar í suppuna. Enskt er eitt ógvuliga ríkt mál, og hevur mong orð sum eru synonym ella hava eitt tætt tilknýtið til hvørt annað. Hetta kann gera tað torført til tíðir, tó tekur ikki langa tíð, áðrenn fakmálið verður lættari at skilja. Skotar eru tó eitt ógvuliga avslappað fólka-slag, so ert tú eitt sindur opin, er lætt at koma í samband við skotar. Hetta merkist serliga fyrsta árið, tá flestu næmingarnir búgva í “Halls of Rescidence”, sum er eitt slag av “kollegie”. Her kemur ein at kenna nógv fólk, um hugur er til tess.Tað sosiala umhvørvið millum føroyingar í Aberdeen er rættiliga gott. Býurin er ikki so stórur, og tí ber ofta til

um kvøldið, og var farin í song, men vaknaði tí hann skuldi út at loysa sær buksurnar. Fjølnir var sera svøvntungur og lítið edrúgur. Fjølnir gekk skeivt tá ið hann skuldi inn aftur á kamarið har hann svav. Hann var áhalsin á vegnum. Fjølnir gleið, datt niður ígjøgnum eitt hol í gólvinum hjá kongi og endaði beint í einari stórari balju av mjøðuri. Her endaði Fjølnir dagar sínar, druknaður í mjøðuri sum 46 ára gamal. So samanumtikið hevur Meginfelag Føro-yskra studenta óivað valt at kalla málgagn sítt upp eftir hálvgudinum Fjølnir tí, at navnið merkir hin alvitandi, og vónandi ikki tí, at okk-um er spáa at drukna í einari mjøðurtunnu.

Keldur: Bæksted, Anders: Nordiske guder og helte.

www.wikipedia.org

fjølnir í nýggjum klæðumNýggjar tíðir - nýggj klæði.... ja vit kenna tað øll, at hvør tíð sín móta og soleiðis er eisini við Fjølni. Blaðið varð sum nevnt omanfyri av fyrstan tíð givið ít í 60´árunum, og upp gjgønum tíðirnar hevur blaðið havt ymisk snið. Blaðnevndin hjá MFS hevur longi havt ynski um at broyta sniðið á Fjølni, men tru-pullt hevur verið at fingið hetta ført út í lívið. MFS hevur nú endiliga fingið ein grafikkara at seta blaðið upp, og tí mettu vit í blaðnevn-dini, at tíðin varð búgvin at gera nakað við ynski um eitt nýtt snið. Tað er 28 ára gamla Suffía við Stein, ið er sett í starv sum grafikk-ari hjá Fjølnum. Suffía hevur drúgvar royndir við arbeiðið av sama slagi, og blaðnevndin fegnast um, at hon hevur sagt ja til eitt lest-rararbeiðið við síðuna av núverandi útbúg-vingini innan “gartnara”. Fjølnir hevur fyrr

havt blaðstjóra, ið hevur tikið sær av bæði innsamlan av tilfari og uppseting av blað-num, men hesin leistur hevur víst seg at ver-ið óheppin, og tískil royna vit í blaðnevndini ein nýggjan leist. Nú verður tað blaðnevndin, ið tekur ábyrgdina av at samla tilfar inn og síðan hevur grafikkarin ábyrgdina av at seta blaðið upp. Skrivstovufólki fær so uppgávuna at prenta og senda blaðið út til limir felagsins og aðrir haldarar/stovnar/fjøðlmiðlar.

komið og gerið fjølnir til okkar blaðBlaðnevndin heitir á allir limir felagsins um at gera brúk av møguleikanum tit hava at seta tykkara dám á Fjølnir, ið er blaðið hjá okkum lesandi. Tit kunnu veljað at senda on-kra stuttliga søgu inn, onkra viðmerking um relevant viðurskifti í Føroyum, studentarpo-litiskar viðmerkingar, viðmerkingar um MFS, ella tit kunnu deila tykkara fakligu servitan innan okkurt umráðið tit arbeiða við. Alt til-far er kærkomið, men blaðnevndin tekur sær sjálvsagt rættin at velja út og rætta í tilfari-num áðrenn tað verður sett á prent. Skriva-rin verður tó kunnaður um broytingar áðrenn blaðið fer til prentingar. Vit heita somuleiðis inniliga á tykkum uttanfyri Danmark um at seta tykkara dám á blaðið. Vit hava í hesu útgávu lagt okkum eftir at fáa tilfar úr Føro-yum og Skotlandi soleiðis, at blaðið avspegl-ar tann breiða málbólkin, ið MFS og Fjølnir umboðar.

20 5Fjølnir 2006 Fjølnir 2006

Page 7: Fjølnir - Árgangur 22 - Nr. 4 - Desember 2006

196

Durita l. jóansDóttir,mfs-rÁðið

Tað er syrgiligt at frætta, at hægsti útbúgving-arstovnur Føroya, Fróskaparsetrið – heldur ikki hesa ferð – fær størri játtan á fíggjarlóg-ini. Peningur er neyðugur fyri alla tíðina at kunna menna seg sum útbúgvingar- og gran-skingarstovnur og ikki minst, um ein vil víðka um útbúgvingartilboðið. Eitt fátækt universi-tet ávirkar eisini tey lesandi, tí ov lítil peningur sæst ofta aftur í lestrarumhvørvinum – bæði á lærarum og studentum. Einki er at ivast í, at lærararnir á setrinum royna at gera sítt besta, og at tað fagliga støðið er í lagi, men tað er ikki nóg mikið. Eitt universitet eigur at vaksa og broytast og verða eitt upplivingarstað hjá studentunum.

Århus ein rættur lestrarbýurFer ein spákandi gjøgnum hugnaligu univer-sitetsparkina í Århus, kann ikki umgangast at varnast allar teir eyðkendu gulu og seinni reyðu múrsteinsbygningarnar. Hesir eru allir partar av Århus Universiteti. Tað er meira ella minni almenn vitan í býnum, at tað er her, at universitetið heldur til. Økið er ein akademisk oasa, har jura, økonomi, søga, biologi, kemi, fysik, teologi, psykologi og nógvur annar lesnaður heldur til. Århus er ein lestrarbýur við nógvum lesandi. Studentar sita úti á grøna grasinum og bonkum og lesa, meðan aðrir eru meira dovnir og fáa sær ein lúr. Summi eru longu ov sein til undirvísing og renna av-stað, og uppaftur onnur ganga runt sum spurn-

Aberdeen er partur av økinum, ið verður kall-að “the Grampian”, ið er eitt rættiliga stórt økið. Eins og aðrastaðni í Bretlandi, nýta skotar orðið “shire” fyri “amt”, og Aberdeen verður av tí sama rópt fyri Aberdeenshire. Fólka-talið í Aberdeen er eitt sindur yvir 200.000 fólk, og tískil er tað ikki torført at finna runt í býnum. Býurin verður eisini kallaður “the Granite City” (Granit býurin), og tað kemst av, at stórur partur av húsunum eru gjørd úr granitti.

lærdu háskúlarnir í aberdeenÍ Aberdeen eru tað tveir lærdir háskúlar, ið kallast University of Aberdeen og Robert Gor-don University. Ein triði, Aberdeen College, er ikki ein lærdur háskúli, men hevur mangt at bjóðað uppá, so sum kontórútbúgvingar, handverkaraútbúgvingar, kokkaútbúgving o.s.fr. Í summum førum kann verða torført at skilja í millum University og College. Í eitt nú amerikonskum filmum verða “universitet” kallaði “college”, og tað sama í Írlandi. Mær vitandi, er tann stóri munurin, at eitt univer-sitet hevur fleiri útbúgvingar, og at staturin setur nakrar treytir fyri, at universitetið skal verða góðtikið sum eitt universitet. Lat meg byrja við at greiða eitt sindur frá Robert Gordon University. Á universitetinum ganga umleið 8000 næmingar úr 113 ymisk-um londum. Universitetið er kennt fyri sínari handilsútbúgvingar t.v.s alt innan fyri leiðslu, fyrisiting, handil, apoteks ídnað o.m.a. Robert Gordon University, ella betur kent sum RGU, hevur somuleiðis nógvar og góðar starvs-venjingarmøguleikar. Gjøgnum tey fýra árini ein gongur har, ber til at velja ella vraka, um ein hevur hug at fara í starvsvenjing ella bert

ganga á skúlanum, meðan starvsvenjingar-tíðin er. Tíðin, ein brúkar til útbúgvingina verður hvørki styttri ella longri óansæð um tú velir starvsvenjing ella skúlatíð. Fyrimunurin við starvsvenjingarmøguleikunum er ma. at fólk, ið hava gingið á RGU, hava góðar ar-beiðsmøguleikar eftir lokna útbúgving, og er hetta við til at Robert Gordon University er so væl dámt. University of Aberdeen, ella AU, ið tað eisini verður nevnt, er tað størsta í Aberdeen. Á AU ganga ikki færri enn 13.000 næmingar, og fleiri enn 3000 doktarar og professarar virka sum lærarir. AU varð stovnað í ár 1495 av Wil-liam Elphinstone biskoppi, og telist millum tey elstu í Bretlandi. University of Aberdeen liggur í tí gamla býrarpartinum av Aberdeen, Old Aberdeen, ið er sermerkt við sínum gom-lu húsum og bygningum. Campus, universi-tetsøkið, er sermerkt við nøkrum heilt gom-lum og vøkrum gotiskum bygningum so sum; Elpinstone Hall, Kings College, Kings Cathe-tral, Powis Gate og Town House. Bygningarnir geva campus ein serligan “studenta” dám, og umhvørvið verður somuleiðis merkt av øll-um teim lesandi, ið hugna sær saman á øki-num millum fyrilestrarnar. Jú- sanniliga geva hesir gomlu bygningarnir ein serligan dám á hugalagið á økinum. Tað snýr seg tó seg ikki einans um hugna á universitetinum. AU er eisini kent fyri sítt fjøðlbroytta og høga akademiska støði. Uni-versity of Aberdeen bjóðar alt frá gransking á medisinaløkinum, humanu fakini, náttúru-vísindi og samfelagsvísindi. Tær lærugrein-arnar, ið eru best dámdar millum føroyingar, eru heilt víst sálafrøði, sosiologi og jarðfrøði. Hesi hava eisini fingið sera góð ummælið frá

Hvar eru Fróðskaparsetrið og tey lesandi á setrinum?

6 19Fjølnir 2006 Fjølnir 2006

Framhald á næstu síðu

Page 8: Fjølnir - Árgangur 22 - Nr. 4 - Desember 2006

718

torkil ejDesGaarD, lesanDi í aBerDeen

Seinastu trý til fimm árini hava føroyingar leitað sær útum ríkisfelagsskapin fyri at nema sær hægri útbúgving. Fleiri eru farin so langt sum til Hawaii at lesa. Onnur runt um í Evropa, men eitt land, ið serliga hevur tikið nógvar ungar og optimistiskar føroyingar til sín, er Skotland. Skotland hevur gott umdømið, tá tosað verður um hægri útbúgvingar. Tíðindabløð so sum The Guardian og The Times, ið eru mill-um mest lisnu tíðindabløð í Stóra Bretlandi, gera árliga ein lista yvir bestu universitetini í

Stóra Bretlandi. Nógv skotsk universitet eru ovarliga á listanum, har dentur verður lagdur á, hvussu høgt útbúgvingarstøði er á skúla-num. Millum annað liggja Universitiy of Edin-burgh, University of St. Andrews( har sum Prince William gekk) og University of Aberde-en millum topp 10. Tað er somuleiðis møgu-ligt at síggja, hvussu einstøku deildirnar á universitetunum klára seg á listanum. Har liggja ma. Sosiologi og Djóralívsfrøði í Aber-deen millum topp 10. Viðmerkjast skal, at í Stóra Bretlandi eru langt yvir 100 hægri læri-stovnar. Aberdeen liggur á norður-eysturstrondini í Skotlandi og er triðstørsti býur í Skotlandi.

artekin, tí tey júst eru byrjað at lesa og finna ikki runt. Ein kann ikki umganga at leggja til merkis hetta hugnaliga lestrarumhvørvið. Tað er greitt, at her hevur verið miðað ímóti at savna universitetið á einum stað.

havnin og fróðskaparsetrið ein onnur søgaVenda vit okkum móti einum eins hugnalig-um býi – Havnini, sær støðan nakað øðrvísi út. Spákar ein sær út móti Skipasmiðjuni, víðari til Náttúrugripasavnið og síðan Sjó-mansskúlan, hevur ein hóming av, at tað er her á leið, at Fróðskaparsetur Føroya heldur til – har føroyingar nema sær hægri lestur. Tað er tó einki, sum bendir á, at universite-tið í Føroyum liggur her. Fróðskaparsetrið er sum so ikki at finna. Tað er sum at verða á skattaveiðu. Ein verður noyddur at leita eftir ymiskum bygningum á ymiskum støðum við ymiskum formum, litum og aldri. Hesir byg-ningar verða kallaðir Fróðskaparsetrið.

fróðskaparsetrið eitt baks aftur og framSetrið er ikki bara spjatt sundur í eindir bólkaðir

eftir lestri, men meira upp í einstøk individ. Lærarar og studentar mugu renna aftur og fram til undirvísingarhøli og kontórir, sum goyma seg allastaðni og eru spjadd um allar ættir. Tað seinasta er, at setrið hevur fingið okkurt undirvísingarhøli í Maskinmeistara-skúlanum við Krákugjógv. Fyri einum ella tveimum árum síðan hevði setrið undirvís-ingarhøli á Sjómansskúlanum, men tey hølini misti setrið. Tað er heilt greitt, at Fróðskaparsetrið ikki hevur ein arkitektoniskan samleika, sum t.d universitetið í Århus fyri ikki at tosa um tað, sum eitur campus. Tað er eingin heildarhugs-an at finna aftan fyri geografisku umstøður-nar hjá okkara universiteti. Tað tykist, sum Fróðskaparsetrið kanska heldur er sprottið úr nøkrum eldhugaðum sálum, sum síðan hava leitað sær innivist, har sum pláss hevur verið fyri teimum. Samanbera vit við univer-sitet, sum eru javngomul við setrið t.d. Ros-kilde Universitetcenter og Syddansk Univer-sitet, verður munurin heilt dramatiskur.

18 7

ímóti danskarum ella øðrum. Harafturímóti sluppu bert tveir føroyingar inn hvørt ár. Um bert ein føroyingur var til roynd, ella um bert ein føroyingur stóð royndina, so var bert ein føroyingur tað árið. Nú er hetta sum sagt broytt! Nú skulu før-oyingar kappast á jøvnum føti við danir. Hetta gevur harðari kapping, men samstundis er nú eisini møguligt at fleri enn tveir føroyingar byrja í senn. Alt veldst um miðaltalið. Samstundis við hesa broyting er nú eisini komin ein broyting í løgtingslógini um kring-varp frá 16. mai 2006. Sambært lógini, eigur stjórin í Kringvarpi Føroya at taka atlit til journalistiskan førleika, tá ið størv verða sett á tíðindaeindunum (kelda: www.logir.fo). Hendan lóg kann fara at geva trupulleikar, tá føroyingar nú hava mist síni serrættindi

á Danmarks Journalisthøjskole. Útvarp Før-oya sigur í viðmerking til hetta tann 19.aug. 2006, at føroyingar ikki kunnu standa seg í kappingini við danir, og tískil verður uttan iva torført at fylgja hesi lóg. Til hendan tru-pulleika sigur Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetur Føroya, at tað er væl møgu-ligt við eini miðlaútbúgving á Fróðskaparse-trinum, um tað er ynskið frá politikkarunum. Kanska hendan útbúgving einaferð verður veruleiki, men til ta tíð, eru føroyingar noyd-dir at spenna seg meira út enn nakrantíð, tá søkt verður um upptøku á Danmarks Journa-listhøjskole, nú krøvini frá øllum síðum bert hækka. Fleiri og meira nágreiniligar upplýsingar um miðlaútbúgvingina í Århus eru at fáa á www.djh.dk

Úr Føroyum til Aberdeen

Fjølnir 2006 Fjølnir 2006

Framhald á næstu síðu

Page 9: Fjølnir - Árgangur 22 - Nr. 4 - Desember 2006

178

Setrið leitar enn eftir hølum. Ár eftir ár mugu nýggj undirvísingarhøli finnast, og fyri ikki at flyta ov langt burtur, eru tað studentar, sum kroysta seg saman. Ikki so mikið sum eitt ein-asta hóskandi auditorium er á setrinum. Tað er stór skomm. Ár eftir ár verða studentar noyddir at skifta høli og renna frá einum staði í annað. Tað verður helst torførari og torførari at finna nøkt-

andi høli, tí sum aðrir útbúgvingarstovnar, tørvar setrinum eftirhondini meira og meira pláss. Tað kann stórliga undra okkum útisetar, sum eru von við hampuliga góð hølisviður-skiftir, at landsins myndugleikar ikki hava givið Fróðskaparsetrinum fleiri bygningar at húsast í, ella bert rímiliga húsarúmd. Um ikki alt universitetið fær verið samlað, átti tað í øllum førum at kunna borið til at savna tær einstøku eindirnar.

hvar er lestrarbýurin havnin? Eitt universitet ger vanliga ein bý stoltan, og tað skapar ein serligan dám í býnum at vera

universitetsbýur. Tað tykist ikki, sum um Havn-in er ein stoltur lestrarbýur á sama hátt sum Århus. Tað merkist snøgt sagt ikki, at Havnin er ein býur við einum universiteti, tí hvar er universitetið og ikki minst, hvar eru tey les-andi? Hvar eru tey lesandi, sum í einum uni-versitetsbýi renna við føvninginum fullum av bókum, sum sita og hugna sær eftir eina

langa og kanska keðiliga undirvísing, sum pynta veitsluhølið til fyrstu veits-luna í lestrarhálvuni? Hvar er yvirhøv-ur teirra veitsluhøli, teirra kantina, teirra arbeiðsrúm, teirra skúlastova, teirra lesisalur? Ein kann loyva sær at spyrja, um tey lesandi hava nakað lestrarumhvørvi yvirhøvur og í hes-um sambandi, hvar tann samleikin hjá setrinum yvirhøvur er? Spurning-urin er sjálvandi, um Tórshavnar Kommuna kundi hjálpt eitt sindur uppá hetta, um landið ikki vil.

hvar er lestrarumhvørvið?Á sama hátt sum setrið er spjatt í smáar partiklar, er lestrarumhvørvið tað eisini. Lest-arumhvørvið er vorðið til tey individ, sum dagliga hava sína gongd á setrinum. Hesi eru teir einstøku bólkarnir, sum standa og tosa í steðginum, tey sum gera bólkaarbeiði í onkr-ari íbúð og tey, sum vera samd um at fara oman í Jinx eftir lokna undirvísing. Á setrinum er tað ov nógv upp til tey lesandi sjálvi at skapa sítt egna lestrarumhvørvi. Summi les-andi eru heldur ikki heilt misnøgd við hetta, men halda tað hava sína serligu sjarmu. Í longdini er hetta tó ikki nøktandi fyri eitt universitet. Hvussu væl studentar støðast á einum útbúgvingarstovni veldst m.a um,

malan luDviG, mfs-rÁðið

Beint fyri summarsteðgin varð kunngjørt, at Danmarks Journalisthøjskole ikke long-ur gevur føroyingum serrættindi í samband við upptøku á skúlanum. Upptøkuroyndin til miðlaútbúgvingina í Århus er hvørt ár í mei-mánaði í Århus. Um fleiri enn 5 føroyingar hava teknað seg til royndina, er eisini møgu-ligt at hava eina upptøkuroynd í Tórshavn sama dag. Umleið 240 umsøkjarar sleppa inn á Danmarks Journalisthøjskole um árið, og í 2006 vóru 175, sum sluppu beinleiðis inn orsaka av nóg góðum miðaltali, meðan 227 fyrst skuldu gjøgnum eina samtalu. Eitt gott miðaltal í hesum føri var 8,8, og øll tey, ið fingu hetta miðaltal ella hægri sluppu so-statt beinleiðis inn á skúlan. Teir umsøkjarar, sum í ár fingu eitt miðaltal mill-um 7,6 og 8,8 vórðu bjóðaðir til samtalu, meðan teir, ið fingu undir 7,6 ikki sluppu inn. Upptøkuroyndin er býtt upp í tveir partar, har stig verða givin, um svarað verður rætt. Hesi stig verða síðan umroknað til eitt samlað miðaltal. Talið á umsøkjarunum, ið slepp-a inn, er ikki tað sama hvørt ár – á sama hátt sum sjálv royndin heldur ikki er tann

sama, tó at bygnaðurin so nøkulunda er hin sami. Áður hevur skipanin verið soleiðis, at føroy-ingar høvdu tvey føst pláss á Danmarks Jour-nalisthøjskole á hvørjum ári. Hetta vil siga, at tveir teir bestu føroyingarnir sluppu bein-leiðis inn á skúlan – uttan at skula kappast við danskarar. Treytin var sjálvandi, at føroy-ingarnar stóðu upptøkuroyndina, men fyri-munurin var tann, at føroyingar bert skuldu kappast ímóti hinum føroyingunum og ikki

8 17

Føroyingar hava mist føstu plássini á Danmarks Journalist-højskole

Fjølnir 2006 Fjølnir 2006

Framhald á næstu síðu

Page 10: Fjølnir - Árgangur 22 - Nr. 4 - Desember 2006

916

three, for, in effect, there are now four ma-jor sections of the political institutions of the democratic state: the legislature, the govern-ment, the administrative machine, and the judiciary.” Tað er ikki longur nøktandi at siga, at vald-ið er býtt í tríggjar partar. Fyrisitingarveldið (embætisveldið) hevur ment seg til at blíva eitt slag av valdi í mun til tey trý siðbundnu vøldini. Fyrisitingin er vorðið tað fjórða valdið, so valdsbýti er: útinnandi vald, lóggevandi vald, dømandi vald og fyrisitandi vald. Hetta fýrabýti av valdi krevur eina endurskoðan av teirri politisku skipanini. Tørvur er á at menna eftirlitsmekanismur, sum kunnu fyribyrgja valdsmisnýtslu hjá øllum fýra vøldunum. Eins og ætlanin við valdstríbýtinum (og eftirlits- og javnvágskipanini, checks and balances á enskum) er at forða fyri ágangi á borgar-lig rættindi, eigur ein endurskoðað skipan at innihalda eftirlitsmekanismur, sum á effek-tivan hátt forða fyri, at embætisfólk fremja valdsmisnýtslu og ágang ímóti rættindum borgaranna. Tann vanliga og siðbundna fatanin av valdstríbýtinum hevur tørv á atfinningum og endurskoðan. Hetta eigur sjálvandi at verða gjørt í virðing fyri øllum undanfarnum politiskum heimspekingum, sum hava roynt at víst á, hvussu frælsistryggjandi og góðar stjórnarskipanir kunnu skipast.

Útvaldar keldur:Alexander, Larry (ritstjóri): Constitutionalism. Philosophical Foundations. Cambridge University Press, Cambridge 2001.

Barber, Sotirios A. Og Robert P. George: Consti-tutional Politics. Essays on Constitution Making, Maintenance, and Change. Princeton University Press, Princeton 2001.

ButleRitchie, David T.: The Confines of Modern Constitutionalism. Pierce Law Review, vol. 3, no. 1, s. 1-32, 2004.

Diskin, Abraham o.o.: Why Democracies Collapse: The Reasons for Democratic Failure and Success. International Political Science Review, vol. 26, no. 3, s. 291-309, Sage Publications, London 2005.

Lane, Jan.Erik: Constitutions and political theory. Manchester University Press, Manchester 1996.

Locke, John: Anden afhandling om styreformen. Det lille Forlag, Frederiksberg 1996.

Madison, James o.a.: The Federalist Papers. Men-tor, a division of Penguin Putnam Inc., New York 1999.

March, James G. Og Johan P. Olsen: Rediscovering Institutions. The Organizational Basis of Politics. The Free Press, New York 1989.

Montesquieu, Charles Louis de Secondat de: Om lovenes ånd. Bind I og II. Gads Forlag, Keypmannahavn 1998.

Olsen, Henrik Palmer: Magtfordeling og mistillid. Greinin stendur í Grundlovens nutid og fremtid. Årsberetning 1998. Retsvidenskabeligt Institut B, Københavns universitet.

Olsen, Henrik Palmer: Magtfordeling. En analyse af magtfordelingslæren med særlig henblik på den lovgivende magt. Jurist- og Økonomforbund-ets Forlag, Keypmannahavn 2005.

Peters, Guy B.: Institutional Theory in Political Science. The “New Institutionalism”. Continuum, New York, 2001.

Rasmussen, Rúni: Valdsbýti. Føroyskt Lógarrit (FLR), vol. 5, no. 1, Tórshavn 2005.

Rasmussen, Rúni: Konstitutionalisma og stjórnar-skipanir. Føroyskt Lógarrit (FLR), vol. 6, no. 1, Tórshavn 2006.

Vile, M.J.C.: Constitutionalism and the Separation of Powers. Liberty Fund, 2. útgáva, Indianapolis 1998.

hvussu væl teir duga at halda saman og av tí sama, hvussu lestrarumhvørvið stimbrar hetta. Allir studentar hava ikki líka lætt við at fara undir hægri útbúgving ella at gera sítt egna lestrarumhvørvi hugnaligt. Studentarnir mugu tí eisini fáa ein møguleika at halda sam-an og hava støð at fara til, so at hvør undir-vísing og hvør samrøða ikki bara gerst ein einstøk uppliving. Tí mugu karmarnir rundan um menniskjuni á setrinum vera nøktandi og stimbrandi fyri lesturin. Til hetta endamál krevst peningur, ella rættari íløg-ur, sum í longdini geva nógv av sær.

Gevið fróðskaparsetrinum betri karmar!Tað er ynskiligt, at Fróðskaparset-rið fær munandi størri játtan á fíggjarlógini. Hetta fyri at menna okkara hægsta útbúgvingarstovn, sum ger sítt til at bera vitunar-samfelagið víðari og leggja lunn-ar undir framtíðarsamfelag okk-ara. Landið má hava áhuga í at veita teimum lesandi á Fróðskap-arsetri Føroya so góðar útbúgv-ingarmøguleikar sum møguligt. Hetta inniber eitt gott lestrarum-hvørvi. Tað fær studentarnar at støðast, mennast og fjølgast enn meira. MFS fer tí at heita á poli-tikararnar um at gera nakað við hetta málið. Vit vilja eisini heita á tey lesandi í Føroyum um at trýna fram um leiktjaldið, gera meira vart við seg og krevja tað, sum vit meta, at tit hava rætt til. Í hesum

sambandi eru vit sera áhuga í at hava føst umboð í Føroyum í MFS-ráðnum. Tað er eisini neyðugt at játtandi myndug-leikar, bæði landsins og Tórshavnar Komm-una gera sítt til at Fróðskaparsetrið kemur at vera ein ímynd, sum býurin og landið eiga at vera stolt av. Soleiðis er tað við javnaldrunum í Odense, Roskilde og Ålborg. Hvør einasti borgari í teimum býunum er stoltur av sínum universiteti.

16 9Fjølnir 2006 Fjølnir 2006

Page 11: Fjølnir - Árgangur 22 - Nr. 4 - Desember 2006

1510

janus Á ryGGi, stjórnmÁlafrøðislesanDi Á setrinum

Flestu føroyingar, ið velja at fara á universi-tet fara uttanlanda at lesa, og lestrarmøgu-leikarnir eru mangir. Men hjá teimum, ið ynskja at taka alla ella part av útbúgving sínari í Føroyum er Fróðskaparsetur Føroya ein hentur møguleiki. Fróðskaparsetrið man teljast millum minstu universitet í heiminum, og hóast útbúgvingarúrvalið er avmarkað, er útbúgvingarstøðið á Fróðskaparsetrinum á jøvnum føti við støðið á størri og kendari universitetum. Fróðskaparsetrið bjóðar út-búgvingar innan náttúruvísind, føroyskt mál og søgu- og samfelagsvísind.

søgan í stuttum: academia færoensisFøroya løgting valdi í 1965 at seta á stovn

Fróðskaparsetur Føroya eftir uppskoti frá Fróðskaparfelagnum. Tað vóru limir felags-ins, ið tóku stig til at seta á stovn lærdan háskúla í Føroyum. Endamálið við Føroyska Fróðskaparsetrinum skuldi vera at fremja vísindaligt rannsóknarstarv og hægri undir-vísing. Virksemi hjá Føroya Fróðskaparsetri fevndi eitt nú um ársskeið fyri lærarar, og innsavnan av tilfari til frama fyri føroyskari fólkamentan. Verulig akademisk útbúgving byrjaði fyrst í sjeytiárunum, og í 1990 fekk Fróðskapar-setrið universitetsstøðu, og hevur virksemi síðani ment seg til útbúgvingar á universi-tetsstøði innan søgu- og samfelagsvísind, føroyska málfrøði og náttúruvísind. Í ár setti Fróðskaparsetrið met við umsøkj-arum til ymsu útbúgvingarnar. Staðfestast kann, at áhugin fyri at lesa á Fróðskaparset-rinum er støðugt øktur seinastu árini, og at ongantíð áður hevur verið eins stórur áhugi fyri at lesa her heima sum í ár. Tað ber til at

einfaldur, sum mong halda. Nakrir av teimum týdningarmiklastu variablunum eru: klovning-ar (cleavages), vánalig búskaparstøða og dapr-ar søguligar royndir. Skilabest er at vraka vanligar fatanir, tá ið veruleikin ikki hóskar til hesar fatanir. Verður hesin logikkur fylgdur, er ikki annað at gera enn at vraka vanligu fatanina av sambandi-num millum valdstríbýti sambært Montes-quieu og politiskan stabilitet. Vanliga verður hildið, at valdið er tríbýtt: lóggevandi, útinnandi og dømandi vald. Í mas-territgerð míni er víst á, at valdið er tilevnað og býtt ymiskt í teimum ymisku stjórnar-skipanunum. Í tingræðisskipan og forseta-skipan er valdið formelt býtt í tríggjar partar. Hví verður mett, at best er at skipa eitt tríbýti av valdi? Hetta er ein ógvuliga áhugaverdur og viðkomandi spurningur. Er tað víst, at um-talaða valdsbýti er besta ella einasta trygd fyri politiskum stabiliteti, rættindatrygd og ágangi frá almennu myndugleikunum?

finnast betri skipanir?Tað tykist ofta, at nógv fólk eru komin til ta niðurstøðu, at menniskjað hevur funnið ta frægastu loysnina í sambandi við at skapa eina politiska skipan, har stjórnin á góðan og virðiligan hátt stjórnar fólkinum, forplikt-ar seg at hava tamarhald á sær sjálvari og tryggjar borgarunum grundleggjandi rættindi og politiskan stabilitet. Finnast ikki betri loysn-ir enn tær, sum nú á døgum verða mettar at vera tær bestu? Tað tykist løgið, at tað næstan ongantíð verður ført fram, at betri loysnir munnu finnast. Tá ið ein hevur í huga tað bjartskygnið og ta framburðartrúgv, sum hava verið grundarlag fyri menningini í fram-

komna og modernaða heiminum, er trupult at skilja, hví framburðartrúgvin ikki eisini kann flytast yvir til politiskt-vísindaliga økið og seta spurningar við verandi skipanir, sum ofta virka illa, og geva boð uppá, hvussu bet-ri skipanir kunnu mennast. Tað eru ikki full-komnar loysnir, sum her verða eftirspurdar, tí tær finnast neyvan. Tað er viljin at royna at skapa betri loysnir, ið ein sóknast eftir.

fyrisitingarstaturin – tað fjórða valdið?Eitt menningareyðkenni í modernaða heimi-num er sokallaði fyrisitingarstaturin (admini-strative state). Embætisveldi hevur verið partur av skipan okkara í longri tíð, so tað er ikki embætisveldi í sjálvum sær, ið er eitt nýtt eyðkenni; tað er støddin, kompleksitet-urin, mannagongdir, reglugerðir o.sfr., sum geva embætisveldinum eina serstaka støðu í teirri politisku skipanini. Embætisveldið er í stóran mun sjálvstøðugt í skipanini, og eftir-litið við embætisveldinum er ofta vánaligt. Teir politisku leiðararnir (ráðharrarnir) hava ofta í veruleikanum lítla stýring á fyrisitingini. Eisini er ávirkanin hjá fyrisitingarstatinum á einstøku borgararnar vorðin nógv størri nú á døgum í mun til fyrr. Valdið hjá fyrisitingar-statinum er rættiliga stórt, og harvið er eisini størri vandi fyri valdsmisnýtslu. Henda støða kann lættliga seta borgararættindi í vanda. Leikluturin og valdið hjá fyrisitingarstatinum hevur týdning fyri siðbundnu fatanina av valdstríbýtinum. Um hetta sigur M. J. C. Vile: “The reality of the working of government provides a difficulty for the traditional theory of the separation of powers, which divides the powers and functions of government into

Universitetið í Føroyum

10 15Fjølnir 2006 Fjølnir 2006

Framhald á næstu síðu

Page 12: Fjølnir - Árgangur 22 - Nr. 4 - Desember 2006

1114

at forklára nútíðar fyribrigdi, og onnur ástøði mugu tillagast við støði í nýggjari vitan, og onkuntíð er neyðugt at vraka áður góðkend ástøði.

valdsbýti og politiskur stabiliteturOfta verður sagt, at besti háttur at skapa po-litiskan stabilitet, er at býta valdið í tríggjar partar sambært læru Montesquieus. Hetta er ein vanlig fatan, sum sjáldan spurnartekin verður sett við. Kann tað vera, at henda fat-an hevur tørv á endurskoðan? Í hesum sam-bandi er viðkomandi og áhugavert at spyrja, um tað er tilevningin av valdi í stjórnarskipan, sum er variabulin, sum forklárar politiskan stabilitet ella óstabilitet. Nógv gransking er gjørd í samband við politiskan stabilitet í ávika-vist tingræðisskipan og forsetaskipan, og vísindaliga orðaskiftið heldur áfram, tí semja er ikki um, hvussu sambandið er ímillum stýrisskipanarslag og politiskan stabilitet. Fleiri granskarar eru tó samdir um, at empi-riska tilfarið avdúkar, at skipanir við tingræði veita størri stabilitet enn forsetaskipanir. Um hetta er so, er tað áhugavert í sambandi við ta vanligu fatanina av valdstríbýtinum, tí so er prógv fyri, at ein skipan (tingræðisskipan), sum ikki inniheldur veruligt valdstríbýti sam-bært Montesquieu, veitir størri politiskan stabilitet enn tann skipan nú á døgum, sum í ávísan mun kann setast í sambandi við valdshugsan Montesquies, nevniliga forseta-skipan. Hetta eigur at fáa ein at steðga á og seta spurnartekin við vanligu fatanina. Men ein atfinning er, sum í nógv størri mun eigur at fáa fólk at endurskoða vanligu fatanina. Hetta snýr seg um staðfesting av variablum, sum forklára politiskan stabilitet.

Er tað so, at tilevning av valdi í einari stjórnar-skipan, forsetaskipan ella tingræðisskipan, ikki er avgerandi variabulin, ið forklárar politi-skan stabilitet ella stjórnarkollaps? Empirisk greining tykist at staðfesta, at ikki er grundar-lag fyri at koma til ta niðurstøðu, at ein varia-bul er avgerandi fyri, um ein politisk skipan er stabil ella fellur saman. Í greinini Why Demo-cracies Collapse: The Reasons for Democra-tic Failure and Success vísa Abraham Diskin o.o. á fleiri variablar, sum eru avgerandi fyri politiskan stabilitet ella stjórnarkollaps. Til-samans 11 variablar, sum eru knýttir at poli-tiskum stabiliteti, eru kannaðir í 30 londum, har fólkaræði er fallið saman, og í 32 londum har fólkaræði hevur verið stabilt. Kanningin staðfestir, at tað serliga eru 5 variablar, sum eru avgerandi fyri ta politisku gongdina í hes-um londum. Í niðurstøðuni verður sagt: ”Variables from all four categories exami-ned (institutional, societal, mediating, and axtraneous) proved to be related to the col-lapse of democracy. It is evident, however, that the most importan cluster is composed of societal variables. It is important to emp-hasize that no single variable on its own is capable of predicting democratic collapse. The findings show not only which variables are related to the collapse of democracy, and in what hierarchical order, but that the key to the demise of a democratic system is a com-bination of variables.” Ein slík staðfesting ger upp við fatanina, sum sigur, at verður valdið tríbýtt sambært hugsan Montesquies, so er hetta ein trygd fyri politiskum stabiliteti og verja ímóti stjórn-arkollapsi. Vanliga fatanin eigur at endur-skoðast og vrakast, tí veruleikin er ikki so

kunna seg meiri um virksemi og møguleikar á Fróðskaparsetrinum á www.setur.fo

hví lesa á føroyska universitetinum? Fyri mong, ið skulu undir hægri lestnað, eru mongu útbúgvingarmøguleikarnir kring knøtt-in næstan vorðnir eitt stórt sjálvtøkuborð. Stuðulsmøguleikarnir eru góðir og lætt er at ferðast kring allan heim. Hóast hesa lagaligu støðu, eru alsamt fleiri, ið velja at taka alla ella part av útbúgving sínari í Føroyum. Or-søkirnar til hetta munnu vera fleiri, men eru treytaðar av, at hin einstaki finnur júst ta út-búgving, ið hóskar best til áhuga og ætlanir. Útbúgvingarmøguleikarnir eru sum flestum kunnugt, als ikki líka fjøltáttaðir í Føroyum, sum størri londum. Nakrar orsøkir til at fólka velja at lesa í Føroyum kunnu t.d. vera, at undirvísingin fer fram á føroyskum, umhvørvi er lítið og lætt er at koma í samband við undirvísarar og granskað verður serstakliga í føroyskum viðurskiftum. Harumframt eru møguleikarnir til at taka part av útbúgvingini í øðrum lond-um góðir. Fróðskaparsetrið er partur av Nord-plus samstarvinum, ið er samstarv milllum hægri læru-stovnar í Norðanlondum, um-framt at ECTS skipanin verður nýtt, soleiðis at lætt er at sammeta útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum og útbúgvingar í øðrum londum. Mangir fyrimunir kunnu vera við at fara uttanlands at lesa, men tað er hóast alt bert Fróðskaparsetrið, ið granskar burturav í føroyskum viðurskiftum. Sigast kann at møgu-leikarnir at hyggja nærri at egnum samfelag eru góðir. Eitt lýsingarátak Fróðskaparsetrið borðreiddi við fyrr í ár segði millum annað, at sum lesandi á Fróðskaparsetrinum ert tú

stór dunna í lítlum hyli, ímeðan tú úti í stóra heimi ofta er lítil dunna í stórum hyli. Okkurt er helst um hetta. Sum heild tykjast flestu les-andi á setrinum at fegnast um hesa støðu.

raðfesting Eingin ivi er um, at tað er av alstórum týdn-ingi fyri okkum sum útbúgvingarland, at vit hava ein hægri útbúgvingarstovn, ið virkar á fullgóðan hátt og sum hevur eitt ávíst fjølbroyt-ni av útbúgvingarmøguleikum. Hetta hevur bæði týdning fyri hin einstaka og fyri arbeiðs-marknaðin í síni heild. Tí kann vera hugstoytt tá tað gerst greitt, at fólkavaldir ikki raðfesta Fróðskaparsetrið hægri. Í seinastuni hava vit hoyrt um eina ætlan, ið snýr seg um at byrja masterútbúgving i løgfrøði á Fróðskaparsetri-num, sum ikki hevur fingið rúm á figgjarlógini. Vónandi er ikki síðsta orði sagt í hesum máli enn. Sagt verður, at útbúgving er týðandi tátt-ur í 2015 verkætlanini og vónandi fer tað at avspeglast í betraðum karmum fyri okkara einasta universitet. Til dømis kundi verið ynskiligt at støðugt varð tikið upp til allar út-búgvingar hvørt ár. Sum dømi kann nevnast, at tað hevur verið tikið upp til søgu og stjórn-málafrøði við trý ára millumbili. Hetta er fyrst og fremst ein spurningur um fíggjarjáttan, og ábyrgdin liggur sostatt í síðsta enda hjá politisku myndugleikunum. Hóast karmarnir Fróðskaparsetrið arbeiðir undir kundu verið betri, er eingin ivi um Fróðskaparsetrið eigur nógv gott fólk við góðum førleikum, sum taka starv sítt í størsta álvara. Hetta eru flestu av okkum lesandi á setrinum á einum máli um.

hølisviðurskiftið Stundum hevur verið funnist at lestrarkarm-

14 11Fjølnir 2006 Fjølnir 2006

Framhald á næstu síðu

Page 13: Fjølnir - Árgangur 22 - Nr. 4 - Desember 2006

1312

unum á Fróðskaparsetrinum. Eitt nú hevur verið funnist at óstøðugum hølisviðurskiftum og vantandi útbúgvingar valmøguleikum. Sum heild tykjast tó flestu lesandi á setrinum vera nøgd við høliskarmarnar á føroyska uni-versitetinum. Hugsi at flestu eru tilvitað um, at virkiskarmarnir hjá Fróðskaparsetrinum í stóran mun eru tengdir at eini fíggjarjáttan frá Løgtinginum. Hetta skal tó ikki skiljast sum at lesandi á Fróðskaparsetrinum ikki kundu hugsa sær at sumt var øðrvísi og at karmarnir vóru mentir enn meira. Eitt nú tykist semja vera um, at

skilabest hevði verið at savnað virksemi und-ir einari lon ella á einum staði. Hetta hevði ment eitt meiri fjølbroytt granskingarumhvørvi, bæði fyri lesandi og fyri stovnin sum heild. Hetta hevði helst eisini elvt til, at fólk í størri mun komu at fata Fróðskaparsetrið sum eina størri útbúgvingareind, og á tann hátt kundi Fróðskaparsetrið havt eina størri atdráttar-megi, tí har sum fólk er, koma fleiri fólk. Hetta er vanlig bólkasálarfrøði. Hetta skal sjálvandi fremjast á skilabestan hátt, soleiðis at fak-liga støði verður varðveitt og ment. Í dag er støðan soleiðis, at náttúruvísin-

da- og føroysktlesandi hava egin hølir til undirvísing, ímeðan søgu og stjórnmálafrøðislesandi fyri tað mesta koma til fyrilestrar undir Krákugjógv, har maskinmeistara-skúl-in annars hevur húsast. Har-umframt hava fróðskaparlesandi atgongd til ymisk bókasøvn, bæði tey hjá Fróðskaparsetrinum og Landsbókasavnið í tann mun tað kann nýtast til endamálið. Lesandi hava eisini atgongd til serstakt les-trarhús har bólkaarbeiði og annað tílíkt kann fara fram. Flestum kunnugt liggur í kortinum at leggja læraraskúlan og aðrar hægri útbúgvingar undir Fróðskap-arsetur Føroya, og sum skilst verður arbeitt miðvíst við hesi ætlan. Hvør-ja ávirkan hetta fær á hølisviður-skiftini fer tíðin at avdúka.

sosial tiltøk Tá tað sosiala umræður eru tað fyrst og fremst lesandi, ið sjálv taka

rÚni rasmussen, stjórnmÁlafrøðinGur

Í hesi grein verður víst á, hvussu týdningar-mikið tað er at seta spurnartekin við van-ligar og siðbundnar fatanir og niðurstøður. Spurnartekin verður sett við vanliga fatan av sambandinum millum valdsbýtislæru og poli-tiskan stabilitet. Víst verður eisini á, at fyrisit-

ingarstaturin kann metast at vera tað fjórða valdið, og krevur hetta eina endurskoðan av teirri vanligu fatanini av teirri politisku skipa-nini.

Tørvur á atfinningumFramstig og nýbrot innan vísindaligt arbeiði er treytað av, at ein áhaldandi setir spurn-ingar við vanligar, siðbundnar og ofta ov illa umhugsaðar fatanir og niðurstøður. Atfinning er eitt lyklaorð í vísindaligum arbeiði. Funnist eigur ikki vera at vísindafólki og arbeiði teirra fyri at peika á villur og at sápla niður teirra avrik. Nei, atfinningar eiga at verða gjørdar fyri at skapa fyritreytir fyri nýggjum úrslitum og vísindaligum frambrotum. Hetta er eisini galdandi innan samfelags- frøðiliga/stjórn-málafrøðiliga greining. Samfeløg broytast og mennast, og tí er neyðugt at menna ástøði, sum kunnu lýsa og forklára broytingar og av-bjóðingar og tey hugtøk og fyribrigdi, sum eru knýtt at samfelagstilgongdini. Hetta merkir ikki, allar áður framdar niðurstøður og ástøði skulu vrakast. Nøkur ástøði kunnu nýtast til

stig. Eitt nú verður skipað fyri ferðum, veit-slum og í hesum døgum jólafrokostum. Stórir útbúgvingarstovnar hava ofta eina ørgrynnu av frítíðarítrivum og áhugafelagskapum at bjóða lesandi. Tað man vera flestum greitt, at sama fjølbroytni í valmøguleikum ikki er tað sama her heima, sum á størri støðum.

Men eg hugsi ikki at lesandi á Fróðskapar-setrinum, sum soleiðis, eru verri fyri enn eitt nú lesandi í Keypmannahavn. Einasti ítøki-ligi munurin tykist vera, at í Keypmannahavn hittast lesandi á Skarv ella í Kristnastovu, ímeðan tey her kunnu fara á Café Nátúr ella í Ebenezer.

Valdsbýti – nakrar atfinnandi viðmerkingar

12 13Fjølnir 2006 Fjølnir 2006

Framhald á næstu síðu