Upload
mfs
View
242
Download
7
Embed Size (px)
DESCRIPTION
Fjølnir - Árgangur 22 - Nr. 1 - Februar 2006
Citation preview
Returadresse:FjølnirMFSVesterbrogade 17ADK-1620 København V FJØLNIR
Meginfelag Føroyskra Studenta
Árgangur 22 - 1. útgáva - februar 2006
Sta artilknýti
Millum 2 negl
Føroyingar á CBS Síða 6
Síða 10
Síða 19
LAT OKKUM BJÓDA HEIMINUM AV! Síða 16
Tað eru vit, sum skulu skapa arbeiðsmarknaðin sambært okkara visiónum, og ikki arbeiðsmark-naðurin, sum skal skapa og avmarka okkum.
2 - FJØLNIR 2006
Fjølnir feb. 2006
ISSN 1396-206X
Útgevari:
Meginfelag Føroyskra Studenta
Vesterbrogade 17 A
DK-1620 KBH V.
Tlf. 33 25 02 10
E-postur: [email protected]
E-postur: [email protected]
Blaðið verður sent øllum MFS-limum.
Onnur kunnu gerast haldarar við at venda
sær til eina av skrivstovunum.
Skrivstovutíðir:
Keypmannahavn: Føroyahúsið, opið
Mánadag og fríggjadag kl. 16-18
Århus: opið týsdag kl. 16-18, bústaður:
Áarstova, Vestergade 48D, 8000 Århus C,
Tlf. 27 74 83 21
Blaðstjóri
Selma Kristiansen
Blaðnevnd
Nina A. Arge
Katrin D. Apol
Petur Martin Hansen
Malan Ludvig
Jákup Sverri Kass
Uppseting
Petur Hansen
øll eru vælkomin í blaðbólkin!!!
Prent: MFS í Keypmannahavn
Prentað 2006
Endurprent:
Tilfarð úr blaðnum kann endurprentast við
tí treyt, at keldan er TÝÐILIGA merkt.
FJØLNIR 2006 - 19
Hvussu eitur tú og hvussu gomul ert tú?Selma Margretha Thomsen, 25 ár
Hvaðani ert tú?Frá Klaksvík
Hvat lesur tú?Molekylær biomedisin, byrjaði september 2005
Hvat gert tú í tíni frítíð?Eri heima og fjasist, geri skúlating, passi dót-trina (Malan), og pleygi vinfólk
Hvat gjørdi tú um hesa tíðina í gjár?Læs til roynd
Um tú vart í eini teknirøð, hvør hevði tú so verði?Onkel Joakim
Hvat droymdi tú í nátt?Eg droymi sjálvdan, heldur ikki í nátt
Hvørjum hyggur tú fyrst eftir hjá mannfólkið?Eygum og hárið og annars skal tað eisini verða ein fi ttur drongur
Hvat hevði tú gjørt um tú slapp at verða maður ein dag?Forbundið allar lampurnar og uppliva eitt mannfólkaprát
Yndlingsfi lmur?Tað eru so nógvir eg dámi, havi ongan favorit
Hvat kann gera teg illa?Eg eri altíð glað, blívi ikki ill
Hvat er títt mál við lívinum?At fáa ein útbúgving eg dámi, mann, børn og eitt gott heim.
Trýrt tú uppá Gud?Ja
Hvat hevði tú aldrin goldið fyri?At verði glað, og eina tasku bara tí hon var Gucci
Hvat hevði tú vilja haft meiri tíð til?Vinir og at gjørt smáting heima
Fert tú heimaftur?Ja, eftir loknað útbúgving
Hvat hevði verði tín perfekta ferð?At sloppi út á eina oyggj har tað ikki eru nógv ferðafólk, har skal verða heitt, hvítar strendur, bláður sjógvur og eg hevði bara slappa av við Maluni
Hvat hevði tú gjørt annaleiðis um tú slapp at liva umaftur?Eg eri nokso væl nøgd við hvussu lívið er enda men hevði nokk hildi meir fast við at trena ítrótt sum eg gjørdi fyrr.
Hvat er títt motto?Man skal altíð streba eftir at verða nøgd/ur
MILLUMNEGL
18 - FJØLNIR 2006
skapa arbeiðsmarknaðin sambært okkara vi-
siónum, og ikki arbeiðsmarknaðurin, sum skal
skapa og avmarka okkum.
Tilfeingi til spillis
Tí sannleikin er, at alt ov mangir akademikarar
í Føroyum reprodusera bert tað, sum longu er.
Teir fylla bert holini í eini longu etableraðari
skipan, sum harvið ikki fl ytist og broytist. Hóast
vit lesandi hava allar fortreytir fyri at broyta,
nýskapa og kollvelta okkara samfeløg við allari
okkara nýggju vitan, íblástri og enthusiasmu,
druknar ovurstóra akademiska potentialið, tá
vit undirbrotlig og dirvisleys undirkasta okkum
nú verandi samfelagsstrukturar. Úrslitið er, at
dygdar góða tilfeingið, sum verður framleitt á
universitetunum, fer til spillis, tí vit sjálvi ikki
tora at seta dagsskránna. Tí vit ikki sjálvi gera
eina roynd at realisera okkara dreymar og visi-
ó n ir. Tí vit eru alt ov villig at seta okkum í ein
stól, har vit ikki til fulnar fáa gagnnýtt okkara
evni.
Sjálvsagt kunnu vit framtíðar akademikarar ikki
gera tað, okkum lystir, og sjálvsagt mugu vit
viðurkenna ta sannroynd, at vit eisini mugu til-
laga okkum krøv, sum umstøðurnar og arbeiðs-
marknaðurin nú einaferð seta okkum, tá vit
byrja at arbeiða. Trupulleikin er bert, at tað í
alt ov stóran mun er arbeiðsmarknaðurin, sum
skapar og formar okkum, í staðin fyri at tað
eru vit, sum skapa, mynda og ikki minst broyta
arbeiðsmarknaðin.
Ábyrgdin
Sannleikin er, at tað liggur ein ovurstór ábyrgd
á okkum framtíðar akademikarum, serliga í
einum so lítlum samfelagi sum tí føroyska. Í
stóran mun er tað útbúni parturin av fjøldini,
sum liggur inni við vitanini og hevur harvið
lykil in til samfelagsligan framburð.
Hyggja vit at almenna orðaskiftinum í londu-
num kring okkum, eru serfrøðingar at síggja
og hoyra allastaðni. Teir engagera seg eldhu-
gaðir í tey mál, sum nema við teirra øki. Teir
halda seg ikki aftur at oysa út av síni vitan og
draga onnur við inn í teirra univers. Hetta er
teirra funktión. Hetta er tað, teir hava sitið á
skúlabeinki í fl eiri harrans ár fyri at náa. Hetta
er teirra fremsta samfelagsskylda. Og havandi í
huga, at staturin nýtir milliónaupphæddir hvørt
ár fyri at útbúgva og klekja hesar aka dem i karar,
er tað jú eitt minstakrav, at almenningurin fær
okkurt aftur av tí, sum hann hevur goldið.
Sovnaðir akademikarar
Men samstundis mugu vit konstatera, at aka-
demikarar eru syndarliga ósjónligir í føroyska
kjakinum. Í staðin fyri at halda høvdið høgt og
lata sína vitan koma heildini til góðar, leggja
fl eiri teirra seg heldur í onkran bleytan og be-
hagiligan stól, tað veri seg í útbúgvingarver-
kinum, í almennu umsitingini ella í privata vin-
nulívinum, inntil teir sovna. Tíbetur eru nakrir
kapasitater, sum ikki fara niður við fl agginum,
men alt ov mong hvørva inn í ein svartan
kassa, sum als ikki er opin fyri almenninginum.
Úrslitið er, at teir serfrøðingar, sum hóast alt
úttala seg av og á, kunnu teljast á einari hond
og eru langt síðani settir í politiskan bás.
Og hví eru vit lesandi ikki meiri virkin
gjøgum lestrarárini? Hví koma vit ikki oftari
saman at kjakast um stórmál og viðgera stórar
spurningar? Hví átaka vit okkum ikki ein virkna-
ri leiklut í bæði nær- og fjarumhvørvi okkara?
Nei, tvørturímóti eiga vit framtíðar akade-
mikarar við miklum gangi at gera innrás, bæði
nú og eftir lokna útbúgvin. Vit skulu ikki lata
okkum kúga av nøkrum »Jante-mentaliteti«,
men tvørturímóti kasta okkum út í nýggjar
og spennandi uppgávur uttan at lata okkum
temja av afturhaldni og konventionellari hug-
san. Vit skulu bróta upp úr nýggjum. Vit skulu
hugsa kreativt. Vit skulu vera øðrvísi. Vit skulu
royna ókendar gøtur. Og á henda hátt skulu
vit framfýsin og idealistisk bjóða heiminum av.
FJØLNIR 2006 - 3
FJØLN
IR H
ESAF
ERÐ
Oddagrein 4Petur Martin Hansen
Føroyingar á CBS 6Ingibjørn Johannesen
Barnaansingarmálið hjá MFS 9
Staðartilknýti 10Sigrud Nordendal
Góða nátt og góða eydnu 13Petur Martin Hansen
Tiltøk 14
lat okkum bjóða heiminum av 16Heini í Skorini
Millum 2 negl 19Hesaferð: Margretha Thomsen
4 - FJØLNIR 2006
Í hesum døgum har danski staturin hevur staðið
upp eftir enda av Muhammed tekninginum, ætlaði
eg at nema við hvussu tað føroyska samfelagið
virðir minnilutahugsanir.
Tað síðsta árið hevur millum annað verið merkt av,
at minnilutahugsanir í Føroyum hava staði fyri skot-
um. Tað havi eg lagt tilmerkis við at hava fylgt eitt
sindur við føroyska kjakinum, og ikki minst at hava
verið í Føroyum nakrar ferðir tað síðsta árið.
Tá minnilutahugsanir standa fyri skotum, kann tað
í ringastu førum føra til, at fólk síggja tað, sum
eina forðing at verða ein partur av tí føroyska sam-
felag num, og velja tí at fl yta av landinum.
Hetta ger at tað føroyska samfelagið missur virðis-
mikið tilfeingið. Tað eru fólk, sum annars høvdu
kunna økt virðið í tí Føroyska samfelagnum uppá
ymiskar mátar, búskarparliga, mentanarliga og
átrúnarliga.
Skal Føroyar kunna klára seg so nøkurlunda sjálvt-
støvugt, eru vit noydd at skapa eitt samfelag har
tað er pláss fyri øllum. Eitt fl eirtáttað samfelag
har tað er pláss fyri, at hvør einstakur borgari
kann hava sína egnu meining og kunnu virka eftir
henni, uttan at darva aðrar borgarar. Samstundis
er týdningarmikið, at tað er rúm fyri at fólk kunnu
broyta teirrra hugsanir.
Loysnin er opin samtala, kjak og upplýsing, so-
leiðis at fordómar kunnu fáast av vegnum.
Eftir mínum tykki kjakast vit ov lítið í tí føroyska
sam felagnum. Fjølmiðlarnir royna onkuntíð at
takað okkurt evni fram, men tað er ov lítið. At
minni luta hugsanir ikki hava tað so gott í Føroyum
er efter mínum tykki, oraska av at man veit ov lítið
um hvat tær standa fyri.
Loys nin er ikki bara at verða tollyntur og bara yvir-
taka meiningarnar hjá hvør øðrum, men at verða
frílyntur, at koma við sínu egnu meining og lurta
eftir meiningunum hjá mótpartinum, soleiðis at
man kann endurtaka og skilja meiningarnar hjá
hvør øðrum.
Tað er gott at hava trúðar- og talufrælsið, men tað
má ikki nýtast til at traðka onnur niður. Tað hava
Muhammed tekningarnar víst.
OddagreinPetur Martin Hansen virkandi formaður í MFS
FJØLNIR 2006 - 17
marknaðin at tillaga seg okkara krøv, evnir,
útbúgvingar og visiónir. Í staðin fyri at tillaga
okkum arbeiðsmarknaðin, eiga vit at broyta
hann. Ì staðin fyri at reprodusera »det bestå-
ende«, eiga vit at bróta upp úr nýggjum,
hugsa alternativt, skapa nýggjar vinnuvegir og
troyta ókendar leiðir. Í staðin fyri at siga sum
dapurskygda gentan, at »eg bert fari heim til
Føroya, um okkurt liggur til reiðar og bíðar
eftir mær«, áttu vit heldur at spurt, hvussu vit
sjálvi kunnu fara heim at skapa okkurt nýtt og
skapa gróðrarlíkindi fyri einum liðiligari, fl eksi-
blari og fjølbroyttari arbeiðslívi, har vit innova-
tiv kunnu syrgja fyri, at arbeiðsmarknaðurin til-
lagar seg okkara evnir og hugskot, í staðin fyri,
at tað eru vit, sum undirbrotlig bukka undir og
tillaga okkum núverandi skipan.
Ein høvuðsfortreyt fyri samfelagsligari og per -
sónligari menning er, at vit sjálvi tora taka saki-
na í egnar hendur og gera eina roynd at skapa
okkum tað, vit nú einaferð ynskja okkum, í stað-
in fyri at yppa øksl og uppgevandi konstat era,
at »eg kom ongantíð til tað, sum eg veruliga
ætlaði«. Poengið er, at tað eru vit, sum skulu >
16 - FJØLNIR 2006
- Eg fari bert heim aftur, um
okkurt arbeiði bíðar mær har
heima!
Soleiðis segði ein genta av-
gjørd, tá vit lesandi í Keyp-
mannahavn eitt kvøldið sótu
og tosaðu um framtíðaræt-
lanir okkara eftir lokna útbúg-
ving. Gentan bar ótta fyri, at hon ikki fór at
fi nna sær eitt arbeiði í Føroyum, sum hóskaði
til hennara útbúgving og áhuga.
Fastlæsti arbeiðsmarknaðurin
Vit lesandi sleppa ikki undan at hugsa, hvar
og um vit passa inn á arbeiðsmarknaðin, tá
vit einaferð kunnu kalla okkum akademikarar.
Vit spekulera uppá, hvør stólur fer at standa
tómur, tá vit einaferð eru liðug við okkara
út búgvingar. Vit vóna, at tað verður pláss
fyri júst okkum onkustaðni. Vit vóna, at onkur
sess ur er leysur, tá vit senda okkara umsóknir
avstað. Og neyðars vit, um einki arbeiðspláss
liggur og bíðar. Neyðars vit, um vit við okkara
útbúgving og áhugamálum ikki passa inn í
arbeiðsmarknaðarliga landslagið.
Stóri trupulleikin er bert, at vit mangan síggja
arbeiðsmarknaðin sum fastlæstan og óbroyti-
ligan. Dominerandi hugburðurin tykist vera, at
antin er eitt pláss fyri mær og míni útbúgving,
ella er tað ikki. Antin passa vit inn í myndina,
ella gera vit tað ikki. Antin hevur samfelagið
brúk fyri míni serfrøði, ella hevur tað ikki. Og
um vit í fyrstu atløgu ikki síggja nakran upp-
lag dan møguleika í kikaranum, sum neyðars
vinkonan ikki gjørdi hetta kvøldið, og um vit
ikki her og nú fáa eyga á okkurt, sum er skrad-
daraseymað til júst okkara útbúgving og áhu-
gamál, ja, so gerast vit maktarleys og vónleys.
innovatión
Mín pástandur er, at hesin hugburður – tann
máttleysi einstaklingurin yvirfyri tí stóra arbeiðs-
marknaðinum – er ein av størstu forðingu-
num fyri bæði persónligari og samfelagsligari
menning. Hugburðurin, at eg bert fái mær
eina útbúgving fyri seinni at fara í tænastu hjá
statinum, at eg bert skal fylla eitt tómt hol á
arbeiðsmarknaðinum, sum hann sær út í dag,
at eg bert skal reprodusera nøkur virðir og
eina skipan, sum longu eksistera, er destrukti-
vur og máar støðið undan øllum samfelagsli-
gum dynamikki.
Er arbeiðsmarknaðurin til fyri okkum, ella eru
vit til fyri arbeiðsmarknaðin? Í staðin fyri trey ta-
leyst at undirkasta okkum arbeiðsmarknaðar-
ligu treytirnar, eiga vit heldur at tvinga arbeiðs -
Tað eru vit, sum skulu skapa arbeiðsmarknaðin sambært okkara visiónum, og ikki
arbeiðsmarknaðurin, sum skal skapa og avmarka okkum.
Heini í Skorini, lesandi
OddagreinHevur tú hug at royna teg í einum altjóða viðurkendum
mannarættindafelagsskapi? So er hetta møguliga nakað
fyri teg. Amnesty International sóknast eftir starvslesandi
(gjarna fleiri) til skrivstovuna í Tórshavn seinna hálvár
2006.
Umsóknir verða at senda til:
Amnesty International,
Føroya Deild
Hoydalsvegur 6
FO-100 Tórshavn
Ella til: [email protected]
Vit bjóða tær at koma í starvsvenjing í einari lítlariAmnesty deild í støðugari menning. Sum starvslesandi íføroysku Amnesty deildini kemur tú at luttaka í dagligaarbeiðinum hjá deildini og tú fært somuleiðis møguleikanat arbeiða við økjum, sum eru tengd at tínari fakligu bak-grund og tørvinum hjá Amnesty International Føroyadeild. Dømi um arbeiðsøki eru: ungdómsarbeiði, tiltaks-og átaksvirksemi, undirvísing, heimasíða, kunning ogmiðling, fundraising, mannarættindi og vinnulívið ogútlendingaøkið.
Les meira um arbeiðsøkini á www.amnesty.fo FørleikakrøvUmframt at vera áhugað/ur í mannarættindum og havahug at seta seg inn í arbeiðsøkini hjá Amnesty er neyðugtat tú ert framhaldslesandi á hægri lærustovni. Tey, iðsøkja, eiga somuleiðis at hava góð samstarvsevnir, veraágrýtin, miðvís, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera tilreiðar at royna nýggjar avbjóðingar.
Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna. Starvsvenjingin erólønt og er skipað eftir somu reglum, ið eru galdandi fyristarvslesandi hjá tí almenna. Nærri upplýsingar fáast viðat venda sær til:
Margrethu Nónklett, samskipara Tlf.: (+289) 31 58 16 / Teldupostur: [email protected]
Starvsvenjingin byrjar í august/september 2006 (ella eftir avtalu).
Ste
ph
an
sso
ns
Hú
s
6 - FJØLNIR 2006
Mitt í Keypmannahavn
liggur CBS, Copenhagen
Business School, ella Han-
dils háskúlin sum hann jú
eitur á føroyskum. CBS
hevur, líkasum Universi-
tetið, fl eiri »instituttir«,
sum eru spjødd runt um í
Keypmannahavn. Tad eru
uml. 12.000 lesandi og yvir 300 granskarar knýtt
at teimum 12 »instituttunum« hjá CBS. CBS
hevur ein árligan umsetning á 286 mió kr. og
er ikki bert ein tann størsti háskúlin í Danmark,
men er eisini millum teir størstu í Europa.
CBS æt upprunaliga bert Handelshøjskolen
i København, men skúlin hevur skift navn til
CBS, síðani tað er løgd so nógv orka í »inter-
nationalisering« av skúlanum. Skúlin bjóðar
nógvar internationalar útbúgvingar, sum hevur
ført við sær, at nógvir útlendingar leita sær
hendan vegin at fáa eina útbúgving.
Eisini eru nógvar ymiskar greinar av HA út-
búgvingini, tað vil siga, at vinnulívsbúskapur
verður samanfl atta við eitt annað fak, sum til
dømis fi losofi , mál, data, løgfrøði o.s.fr.. Hetta
gevur framúr góðar møguleikar hjá hvørjum
einstøkum at velja júst ta greinina, sum hóskar
best til sín tørv.
Eg fari ikki at fortelja so nógv um søguna
hjá CBS, men heldur í stuttum greiða frá um
hvussu studieumhvørvið á CBS er. Sjálvur lesi
eg HA jur, vinnulívsbúskap og løgfrøði, og eri
í holt við 4. semester. Mínar royndir eru tí eitt
sindur avmarkaðar, og í hesum sambandið
havi eg hitt ein føroying, sum lesur á CBS, til
eitt prát.
Tad eru nógvir føroyingar, sum eru undir útbúg-
ving á CBS. Uttan at hava fi ngið fatur á nøkrum
greiðum tølum, so verður tað mett, at umleið
100 føroyingar lesa á CBS.
Eg havi hitt ein føroying, sum lesur á CBS.
Janus Thomsen av Toftum lesur Cand. Merc.
MCM (Marketing Communcation Manage-
ment) og hevur lisið á CBS í 4 ½ ár og er júst
farin í holt við høvuðsuppgávuna.
Føroyingar
Ingibjørn Johannesen
á CBS
>
FJØLNIR 2006 - 15
Fríggjakvøldið 10.feb. skipaði MFS fyri poker-kap-
ping í Føroya-húsinum í Keypmannahavn. Tiltakið
var bert fyri limir, men høvið var eisini at tekna seg
sum lim hetta kvøldið. Nógvir góðir vinningar vóru,
m.a. var høvuðsvinningurin ein ferð við Atlantic
Airways tur/retur til Føroyar. Eisini var møguleiki
at vinna atgongumerkir til teir stóru festivalarnar í
Føroyum í summar – G! –festivalin og Summar-fe-
stivalin.
Afturvið øllum hesum var eisini whiskey/cognac
– og sigarbarr umframt klavertónleikur, framførdur
av argjamanninum Bárði Johannesen.
Tiltakið var væleydnað, og verður uttan iva endur-
tikið einaferð í framtíðini.
Íalt vóru 29 luttakarar, og kappingin vardi í uml.
4tímar. Klokkan 23:45 var liðugt. Rógvi Joensen,
sum er ein av MFS-ráðslimunum, streyk avstað við
høvuðsvinninginum. Nr. 2 gjørdist eisini ein ráðs-
limur, Jóhan Pauli Helgason. Kristian Eli Andersen
gjørdist nr.3 og á 4. og 5. plássinum endaðu ávíka-
vist Ólavur Kjølbro og Oddur.
Eitt gott tiltak var at enda komið, og MFS vil hervið
nýta høvi at takka øllum teimum, sum á ymiskan
hátt stuðlaðu tiltakinum. Bæði sponsorum og lut-
takarum.
Pokerkapping
14 - FJØLNIR 2006
tiltøkLeygakvøldið 28.jan skipaði MFS fyri einum
áhugaverdum fyrilestri í Áarstovu í Århus við
Beintu Løwe Jacobsen og Tórun Ellingsga-
ard. Beinta og Tórun hava báðar journalist-
útbúgving, og høvuðsevnið í fyrilestrinum
var teirra arbeiðsroyndir innan fyri bæði
føroyskar og danskar fjølmiðlar. Fult hús var
til fyrilesturin, og eisini nakrir av áhoyraru-
num tóku orðið.
Beinta & Tórun
Í oktobur-mánaði í fjør skipaði MFS fyri einum
skriviskeiði í Føroya-húsinum í Keypman-
nahavn, har høvuðsevni var argumentatión.
Tað var Dánjal Hoydal, stud. mag. í retorikki,
sum stóð fyri tiltakinum, og ætlanin er nú at
hava enn eitt skriviskeið. Seinast lá tiltakið í
heystfrítíðini, og tískil vóru fl eiri, ið ikki høvdu
møguleika at vera við.
Endamálið við tiltakinum er at menna skrivliga
førleikan hjá luttakaranum. Arbeitt verður m.a.
við at skipa argumentatiónina betur í skrivli-
gum uppgávum. Ætlanin er at lesa, greina og
umskriva brot úr akademiskum uppgávum og
fjølmiðlagreinum. Luttakararnir verða eisini
kunnaðir um grundleggjandi argumentatión-
steori.
Skeiðið er ætlað øllum, sum í samband við
lesnaðin skulu skriva uppgávur.
Skriviskeiðið verður í Føroya-húsinum í Keyp-
mannahavn leygardagin tann 25.feb. frá kl.
10.00 til uml.kl. 14.00.
Kostnaður fyri MFS-limir er 50,- Onnur 175,- .
Skeið + limagjald 200,-
Tilmelding fer fram á [email protected] og pe-
ningurin skal gjaldast inn á konto 9570
0002154560. Minnist til at viðmerkja fult
navn. Freistin at tekna seg er 18.feb.
Skriviskeið á CBS
8 - FJØLNIR 2006
Hvat dámar tær at gangavð á CBS?
Mær dámar ótrúliga væl her. Umstøðurnar á
skúlanum eru gódar og mær dámar væl um-
hvørvið. Sjálvur valdi eg at byrja uppá HA.dat,
sum er ein samanseting av vinnulívsbúskapi
og kunningartøkni.
Hvat heldur tú um undirvísingina?
Tað er stórur munur á teimum ymsu fakunum,
av tí at tað avhengur so nógv av hvussu lærar-
arnir eru, og teir kunnu vera nokkso skiftandi.
Støðið á undirvísingini er høgt, og tað er støð-
ið á fl estu av undirvísarunum eisini. Summir
av undirvísarunum eru kendir frá vinnulívinum
og aðrir minnið kendir, men felags fyri fl estu
undirvísarar er, at teir eru aktivir í vinnulívinum
og tað ger tí undirvísingina alt meir relevanta
og spennandi.
Tá ið skúlin er so stórur og tað eru so nógv
lesandi á CBS, so man tað vera nemt at fella
burtur úr mongdini.
Hava tey lesandi nakra ávirkan á skúlan
og undirvísingina?
Ja, tey lesandi hava góðar møguleikar at mar-
kerað seg. M.a. skipar næmingaráðið fyri valið
hvørt ár, og tað eru tveir listar, De Studeren-
des Råd og Moderate Studenter, ið kappast
um at fáa meirilutan í næmingaráðnum. Hetta
næmingaráðið arbeiðir síðani fyri at betra um
umstøðurnar hjá bæði lesandi og starvsfólki
á CBS. Mær dámar væl at tað eru tveir listar,
tí at tað fær næmingaráðið at gera ein størri
innsats.
Ein onnur siðvenja, sum mær dámar sera væl
á CBS er, at aftaná hvørt semester, fáa allir næ-
mingarnir teldupost sendandi, har tú hevur mø-
guleika fyri at evaluera hvønn einkultan lærara
og hvussu undirvísingin hevur verið. Av hesum
verður støði á undirvísingini allatíðina betri.
Hvat heldur tú um umstødurnar á skúlanum?
Eg haldi at umstøðurnar á skúlanum eru ótrú-
liga góðar. Bygningarnir eru jú rímiliga nýggjir,
so alt er nokkso moderna. Bókasavnið er ótrú-
liga stórt og har eru nógvir lesibásar, nakað
sum oftani er komi væl við. Tað eru eisini nógv
góð bólkarúm á skúlanum. Har er bókahandil,
sum hevur so gott sum allar bøkur, sum man
fær brúk fyri og har er ein stór og rúmlig kanti-
na, sum bjóðar fl eiri rættir um dagin til rímiligar
prísir. Auditoriini eru góð og eru vælútgjørd
við m.a. projektørum, uppvørpu, teldum og
tráðleysum netið. Á skúlanum eru eisini fl eiri
hundrað teldur, soleiðis at tað er næstan altíð
onkur telda klár um ein hevur brúk fyri tí.
Annars hevur skúlin eisini Fitness Center, Mas-
sagu Center og Career Center har ein kann
fáa ráðgeving, so tað kann ikki sigast annað
enn at møguleikarnir á skúlanum eru nógvir.
Av negativum tingum kann nevnast at skúlin
til tíðir hevur plásstrot og tá kann tað onkuntíð
gerast trongligt í kantinuni og bókasavninum
serliga.
nú tað er sagt so nógv positivt um skúlan,
so kundi eg hugsað mær at spurt, um tað
er nakað, ið tú vildi ynskt var betri?
Ja, eg vildi ynskt at tað hevði verið betri sam-
arbeiði millum greinarnar á skúlanum. Til tíðir
kann kennast sum um at fyristøðufólkini á te-
imum ymsu greinunum og instituttunum, hava
alt ov vánaligt samskifti. Men annars er tað
ringt at seta fi ngurin nakað serligt, sum kundi
verið betri, tí at generelt er er alt í lagi. Tað er
ein fínur skúli.
Samanumtikið vil eg siga, at CBS er ein sera
góður skúli at gangað á. Mær hevur dámað
heilt ótrúliga væl hesi fyrstu árini. Tað er ein
stór motivatión, at so nógv lesandi eru sam-
laði á einum staðið. Tær góðu rammurnar,
sum skúlin gevur, viðvíkjandi umstøðunum og
undirvísingini, eru eisini við til at gera allan
lesnaðin meira spennandi.
Um onkur skuldi staðið og ivast í at søkt inn á
Handilsháskúlan, so vil eg bert styðja uppun-
dir og uppmuntra teg til at royna tað. Men so
skal eisini sigast, at tað er sera umráðandi at
kannað allar greinarnar væl, áðrenn tú velur
júst tína grein. Sum orðafellið jú sigur, hastverk
er lastverk!
Filmurin hevur fi ngið góð ummælið og er út-
nevn dur til fl eiri Oskar virðislønir. Tað er George
Clooney, sum er hevur gjørt fi lmin. So tað var
við spenningi at eg fór at hyggja eftir fi lminum.
Filmurin er um óttan fyri kommunismuni í
byrjan ini av 1950-inum í Amerika. Tað var
tann víða gitni Joseph R. McCarthy republi-
kanskur sena torurin, sum var høvuðsmaðu-
rin aftanfyri jakstranini eftir kommunistum.
Høvuðspersónar nir í fi lminum eru sjónvarsver-
turin Edward R. Murrow (spældur av Stra-
thairn) og framleiðarin Fred Friendly
(spældur av Clooney) á einari tíðind-
arsending »See It Now« hjá stóra
amerikanska tíðindahúsinum CBS.
Teir royna at seta seg uppí ímótí
McCarthy-ismuni, sjálvt um tað kann
kosta teimum dýrt.
Sjónleikarnir spæla gott og fi lmurin
er sera stýlsikkur, liturin er svartur og
hvítur við nógvum klippum frá veru-
leik anum, tað er næstan soleiðis
fi lm urin kundi verið framleiddur í 50-
inum. Tað virkar gott, men av tí at
tað eru so nógvar langar samrøður,
og ikki tað stóra hendur í fi lminum
verður hann sera tungur at hyggja
eftir.
Er fi lmurin »Góða nátt og góða
eydnu« so nakað at brúka tíð uppá,
svar ið er ja um tú vilt hava nakað at
vita um tíðuna undir McCarthy-ismu-
ni, er tað ein góður fi lmur.
Men um tú ætlar tær at fara ein túr í
biografi n, at hygga tær er svari nei.
Tað er alt ov lætt at sovna bara teir
93 minuttirnar fi lmurin er. Tí var tað,
sum hendi í mínum førið.
Tað er stórt spell at hesin fi lmur, sum byggir á
verðuleikan er so tungur, tí tað var ein spenn-
andi tíð við fremanda ótta . Tað er ikki neyðugt
at fi lmar frá verðuleikanum noyðast, at verða
so tungir, eitt nú varð fi lmurin »13 dagar« við
Kevin Costner í høvuðsleiklutinum sera langur
við langum samrøðum. Men hann var slettis
líka tungur, sum hesin fi lmurin.
GÓÐA NÁTTOG GÓÐA EYDNU.
Ummæli - 13
FFFFFFGood Night, And Good Luck fær:
12 - FJØLNIR 2006
hava ávirkan á tann einstaka persónin á ymsan
hátt. Gjørt við samrøðum av heimildarfólki á
útoyggjum og síðan við at tulka teirra útsagnir
í samband við evnini, fyri til síðst at koma við
eini niðurstøðu.
Tað sum var gjøgnumgangandi í øllum trimum
ev nunum, var at tað var ymiskt frá persóni til
persón, hvat fyri sjónarmið tey høvdu á ávíka v-
ist: vansar og dygdir við búplássinum, triv nað
og staðartilknýtið. Men tað sum var áhugavert,
og sum partvíst kundi síggjast, var ein saman-
hangur í tí at persónarnir sóu fl eiri dygdir enn
vansar við búplássinum og tað sást aftur í teirra
trivnaði á staðnum, sum er ein fortreyt fyri
staðartilknýtið, sum øll høvdu. Sjálvt um, tað
í frágreiðingini var argumentera fyri og víst á
ymiskleika, høvdu heimildarfólkini tilknýtið til
búplássið í felag. Hetta felagseyð kenni kann tó
ikki brúkast sum argument, fyri at soleiðis fun-
gerar tað hjá øðrum við. Tað kann einans verða
ein ábending, í vísir okkum á nakrar funktiónir,
ið eru týdningarmiklar at hava í huga, tá álit
og politikkur verða gjørd, um hvussu vit eisini í
framtíðini, kunnu hava samfelagið Føroyar, bú-
sett sum nú er og at útjaðarin eisini kann verða
ein partur av hesum samfelagi.
Fortreytin fyri at útjaðarin framhaldandi skal
vera ein partur av tí føroyska samfelagnum,
er at fólk síggja fl eiri dygdir enn vansar við
sínum búplássið í útjaðaranum, á tann hátt
trívast og soleiðis hava eitt sterkt tilknýtið til
sín heimstað. Um hetta ikki er galdandi, vil
allur politikkur og álit, um at vit skulu búgva
alla staðni í Føroyum, verða meiningsleysur. Tí
í síðsta enda, handlar tað um, hvar fólk trívast.
Um hesi ikki síggja útjaðarin sum eitt stað har
trivnaður og dygdir viga meir enn mistrivnaður
og vansar, kann tað vera líkamikið við visió-
num, ið vilja hava fólk at búgva allastaðni. Tí
útgangsstøði fyri visiónum, má altíð vera, hvat
fólk vilja. Fyri at vísa hvussu visión, ikki altíð
hongur saman við tí, íð fólkið á staðnum sær
sum týdningarmikið, er hetta sitatið, frá einum
av heimildarfólkunum, eitt gott dømi um.
[...] Tí tað kann ikki vera meiningin við samban-
dinum at man ger vegir fyri at útrudda bygdir,
tí teir skulu vera til, fyri at gera tað betri at fáa
nakað í bygdina. [...]
Soleiðis er visiónin um at vegakervið í sjálvum
sær mennir bygdir, ikki einans tað ið brúk er
fyri at menna útjaðarin í Føroyum. Heldur skal
man hava í huga, tey fjølbroyttu motiv og
tankar fólk hava, tá politiskar avgerðir verða
tiknar. Tá hesar avgerðir raka breitt og millum
annað hava stóra ávirkan á trivnaðin hjá fólkið,
ið hesar raka. Tá samanumkemur kunnu av-
gerðirnar, skapa mistrivnað og fáa fólk at fl yta,
til annað búpláss, sum betur kann uppfylla
teirra krøv fyri trivnaði. Tí má tað altíð vera ein
fortreyt fyri politiskum avgerðum, at man tekur
fólkið við uppá ráð, sum tað partvíst er gjørt í
Hansen et.al. (2001), fyri at útjaðarin framhald-
andi skal vera til sum búpláss.
Munnligar keldur
Anonym heimildarfólk av útoyggj.
Skrivligar keldur
Cosgrove D. (2000) Sense of Place, í Johnston
et.al (ed.) The Dictionary of Human Geograp-
hy, Blackwell Publishing, London.
Hansen, O. B. et.al (2001) Ùtoyggjaálitið, Løg-
mansskrivstovan, Tórshavn.
Mazanti, B. (2002) Fortællinger fra et sted,
PhD afhandling
By og Byg. Statens byggeforskningsinstitut,
København.
Sigurd nordendal
Lesandi, á fjórða árið, á Københavns Universi-
tet, Geografi sk Institut, við áhuga fyri sosial-
geografi . Ì sosialgeografi verður dentur lagdur
á menniskju, evnini í hesum fakið, kunnu
millum annað vera; Migratión, integratión,
stigmatisering, gentrifi cering og staðarsam-
leiki, í evnunum verður dentur t.d. lagdur á
menniskja, rúm, tíð og stað.
Tann 1 apríl er freistin úti hjá teimum, sum ætla sær søkja um at koma í starvsvenjing í miðfyrisi-tingini í Føroyum, seinna hálvár 2006.
Á sumri 2004 fór Løgmansskrivstovan eftir áheitan frá MFS undir at arbeiða við eini royndarskipan við starvsvenjing fyri lesandi í føroysku miðfyrisitingini.Vit í MFS vóru varug við, at lesandi í alt størri mun valdu starvsvenjing sum part av útbúgving síni, og tí heittu vit á Løgmansskrivstovuna um at seta eina føroyska skipan í gildi eisini. Arbeiðið gekk skjótt, og longu í januar 2005 byrjaðu tey fyrstu fýra lesandi í starvsvenjing í fýra ymsum aðalráðum.
Til ber at søkja um starvsvenjingarpláss á:LøgmansskrivstovuniAlmanna- og HeilsumálaráðnumFiskimálaráðiðFíggjarmálaráðnumInnlendismálaráðiðMentamálaráðnumVinnumálaráðnum
Umframt hetta taka sendistovurnar í Bruxelles og London vanliga eisini lesandi í starvsvenjing.
Nærri upplýsingar fáast á www.tinganes.fo ella við at venda sær til Jeanette E. Blåsvær, fulltrúa í stjórnar-deildini í Løgmansskrivstovuni, tlf. +298 35 10 42.
MFS hevur síðani mars 2003 arbeitt við einum máli, vit hava kalla barnaanisnagarmálið, tað gongur út uppá at lesandi uttanlanda kunnu koma uppá bíðulistan fyri barnaansing, áðrenn tey fl yta til eina kommunu í Føroyum. Nakrar kommunur høvdu einki ímóti tí, men Tórs-havnar og Klaksvíkar kommuna vóru trekar, at ganga hesum ynski á møtið.
Men síðsta summar valdi Tórshavnar kommuna, at loyva foreldrum, sum lesa uttanlanda at skriva seg á bíðulistan 6 mánaðir, áðrenn fl utt verður til kommununa. Tann 12 januar í ár samtykti Klaksvíkar kommuna at broyta upptøkureglur fyri barnaansingina.Broytingin snýr seg um at loyva børnum at forel-drum, íð hava ætlanir um at fl yta til kommununa, á bíðilistan, hálvt ár áðrenn fl utt verður til kom-mununa.
Tað loysir seg at verða tolin.
Starvsvenjing í miðfyrisitingini
Barnaansingarmálið hjá MFS avgreitt
10 - FJØLNIR 2006
Tá ið álit vera skriva ella avgerðir tiknar í hava
ávirkan á nógv fólk, er tað týdningarmikið at
taka atlit til ymiskleikan hjá fólki, sum er gjørt
í alt ov lítlan mun í Føroyum í dag. Eisini
við víkjandi álitum og politiskum avgerðum, í
relatión til útoyggjafólk. Orsøkin til, at ein má
hugsa um ymiskleikan, er fyri mest møguligt
at taka atlit til tey ymisku krøv og áhugamál ið
fólkini á staðnum hava, í hesi grein, »eksempli-
fi cera« við útjaðaraíbúgvum.
Við tilgongdini, har ymiskleiki er í hásæti, ber
til at gera eina planlegging í kann betra um
trivnaðin á staðnum og harvið eisini fólksins
staðartilknýti. Á hendan hátt, kann tilgongdin,
verða eitt lítið íkast, til tann ynskta politikkin í
Føroyum, um at allar Føroyar, so vítt sum gjør-
ligt, skulu verða búsettar (Hansen et.al 2001).
Við tað at betri planlegging fyri trivnaði á
bú plássið, viðførir størri tilknýtið til búplássið
og harvið eisini størri møguleika, fyri at viðko-
mandi framvegis hevur hug at búgva í ùtjaða-
ranum í Føroyum.
Hin vegin er tað torført at planleggja, fyri
ymis kleika, um ikki ógjørligt. Men tað at man
brúkar tilgongdina ymiskleiki og skilir fólk, eftir
hesum hátti, ger at tú altíð verður noyddur til
at hugsa teg væl um áðrenn týðandi avgerðir, í
ávirka fólk, verða tiknar.
Endamálið við frágreiðingini »Staðartilknýt-
ið« (2005), var fyrst og fremst at greiða frá
trivnaði og staðartilknýti hjá einstaklingum
á smá plássum, í liggja í ytsta útjaðaranum í
Før oyum (www.utoyggj.fo). Hvussu hesi fólk trí-
v ast á tí búplássi tey eru á, og av trivnaðinum
og øðrum umstøðum hava uppbygt hvør sín
staðar samleika og staðartilknýti til ávís bú pláss
gjøgnum tíð. Við tí í huga, altíð at leggja dent
á ymiskleikan hjá fólkið og teirra ym su upp-
fatanir av sínum búplássið. À hendan hátt, ber
til at vísa á, hvussu man altíð, má hava ymisk-
leikan hjá fólkið í huga, tá álit verða skriva og
politiskar avgerðir tiknar. Tí tað hevur ávirk an á
trivnaðin og harvið staðartilknýtið hjá fólk ið, ið
hesum føri, við útjaðaranum í Føroyum í huga.
Fyri at náa endamálinum var millum annað,
greitt frá hugtakinum staðartilknýtið. Hugtakið
er »komplekst« samansett og kann bæði vera
bygt á sosialar relatiónir, bundnar at persónum
á einum ávísum stað og tilknýtið til tað fysiska
búplássið, tí tað rúmar góð minnir og gevur
persóninum møguleika at íðka síni áhugamál,
íð eru bundnar at hesum ávísa búplássinum,
sum ikki fi nnast aðrastaðni (Mazanti 2002).
Eitt annað dømi um tilknýti, er hjá einstaklingi
til búplássið og týdningurin av búplássinum
fyri sama, ið er skapt gjøgnum bæði tey
sosialu bond í persónurin hevur við onnur á
búplássinum, mynda av samspælinum millum
menniskjuni, somuleiðis sum týdningurin av
tilknýtinum til tað fysiska staðið, kann hava
týdning (Denis Cosgrove í Johnston et.al
2000). Tað verið seg t.d. tilknýtið til at kunna
Sta artilknýtiðHendan grein er bert partur av eini størri frágreiðing við heitinum »Staðartilknýtið« (2005) og
ikki ein fullfíggjaður samandráttur av hesi. Tí skal havast í huga at innihaldi í greinini, er tikið úr
»kontekst« og má lesast á tann hátt. Frágreiðingin »Staðartilknýtið« (2005) var ætla til Ùtoyggja-
felagið, sum ein partur av míni praktiktíð í hesum felag.
FJØLNIR 2006 - 11
ganga sær ein túr oman í bátahylin, og skoða
út á eitthvørt pláss, íð persónurin hevur kent,
og tillagt virði síðan sín barndóm, ella húsið í
persónurin er uppvaksin í, og nú sjálvur hevur
yvirtikið, í hesum húsið eru nógv minnir knýtt at,
sum sami er góður við, ja møguliga so góður, at
hann treyðugt vil fl yta frá hesum húsi. Soleiðis
hava øll fólk meira ella minni til knýti til ávís
støð á ymsan hátt. Tó skal sigast at tað sosiala
tilknýtið ikki útihýsir tí fysiska, men at tað altíð
vil vera ein samanrenning av báðum skiftandi á
ymiskan hátt, alt eftir hvør per sónurin er.
Eftir at hava greitt frá hugtøkunum staðartilk-
nýtið, trivnað og nøkrum øðrum hugtøkum,
vóru nakrar samrøður gjørdar við útoyggjafólk,
grunda á hesi hugtøk. Fyri at skilja hvussu hesi
hug tøk høvdu ávirkan á tann einstaka og á
tann hátt vóru við til at svara endamálinum,
við frágreiðingini.
Fýra persónar, vóru spurdir, deilt út á fýra
oy ggj ar í Útoyggjafelagnum, fyri at fáa hugsan-
irnar frá fólkið, av ymsum búplássum.
Samrøðurnar vóru grundaðar á eina »kvalita-
tiva metodu«, tvs. at tað var ikki nøgdin av
sam røðum ið var avgerandi fyri, hvat niður-
støðan bleiv. Hinvegin var tað meiningin, at
koma í dýbdina við, hvussu persónar á útoyggj
uppfata teirra bústað.
Tikið samanum kann sigast at frágreiðingin
»Staðartilknýtið« (2005), gav eina lýsing av
hvussu ein kann skilja hugtakið staðartilknýtið
og trivnað, gjøgnum dygdir og vansar við
bú plássinum. Hvussu hesi hugtøk og evnir >