26
Returadresse: Fjølnir MFS Vesterbrogade 17A Dk-1620 København fjølnir 20. árgangur nov. 2004 M F S Meginfelag Føroyskra Studenta 2. blað 2004 GJALDANDI LIMIR ELLA EI? STARVSVENJING Í MIÐFYRISITINGINI. ÓTTIN FYRI TÍ FREMMANDA. BARNS- BURÐARFARLOYVISSKIPAN Í FØROYUM. SENDISTOVA FØROYA Í LONDON. Á TEKNISTOVU Í “HEIMSINS BESTA LANDI”. SAMRØÐA VIÐ HANUS SIMONSEN. ARABISKT Á CARSTEN NIEBUHR INSTITUTTINUM. MFS- EIN FELAGSSKAPUR FYRI ØLL

Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004

  • Upload
    mfs

  • View
    249

  • Download
    7

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004

Citation preview

Page 1: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004

Returadresse:FjølnirMFSVesterbrogade 17ADk-1620 København

fjølnir20. árgangur nov. 2004

M F S

Meginfelag Føroyskra Studenta

2. blað 2004

GJALDANDI LIMIR ELLA EI? STARVSVENJING Í MIÐFYRISITINGINI. ÓTTIN FYRI TÍ FREMMANDA. BARNS- BURÐARFARLOYVISSKIPAN Í FØROYUM. SENDISTOVA FØROYA Í LONDON. Á TEKNISTOVU Í “HEIMSINS BESTA LANDI”. SAMRØÐA VIÐ HANUS SIMONSEN. ARABISKT Á CARSTEN NIEBUHR INSTITUTTINUM. MFS- EIN FELAGSSKAPUR FYRI ØLL

Page 2: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004

fjølnir NOV. 2004 NOV. 2004 fjølnir

Fjølnir nov. 2004ISSN 1396-206XÚtgevari:Meginfelag Føroyskra StudentaVesterbrogade 17 ADK-1620 KBH Vtlf 33 25 02 10E-postur: [email protected]: [email protected]

Blaðið verður sent øllum MFS-limum. Onnur kunnu gerast haldarar við at venda sær til eina av skrivstovunum. Haldarag-jaldið fyri 6 útgávur er kr 100,-

Skrivstovutíðir:Kepmannahavn: Føroyahúsið, opið mánadag og fríggjadag kl 16-18

Århus: Opið týsdag kl 16-18, bústaður: Áarstova, Vestergade 48D, 8000 Århus C, tlf 27 74 83 21

Blaðstjórn:Katrin D. Apol (ábyrgd)Rúnar ReistrupPetur Martin HansenJákup Sverri KassNina A. Arge (uppsetan)

Øll eru vælkomin í blaðbólkin!!!

Prent: MFS í Keypmannahavn

Prentað 2004

EndurprentTilfar úr blaðnum kann endurprentast við tí treyt, at keldan er TÝÐILIGA merkt.

Vit vilja fegin biðja lesararnar orsaka fyri, at tað ikki eydnast okkum at útgeva Fjølnir regluliga. Vit standa framvegis uttan blaðstjóra, og má hetta sigast vera høvuðsorsøkin til, at blaðútgávurnar eru so fáar í tali. Vit hava leingi arbeitt við at royna at finna ein blaðstjóra, men enn hevur tað tíverri ikki eydnast okkum. Tó er okkurt í kikaranum nú, og vónandi verður ikki alt ov leingi til næstu útgávu. At enda skal sigast, at tilfar altíð er vælkomið til blaðið.

teirra og við telduposti. Í MF koyra tey við eininýggjari skipan, har man ger nógvar uppgávur. Man fær alla tíðina vegleiðing frá undirvísarunum um, hvussu man gerst betri til at skriva uppgávur. Hanus hevur nú lisið guðfrøði í Oslo í næstan tvey ár, og heldur hann, at útbúgvingin er góð.

Tann sosiali parturinMF heldur til í einum stórum bygningi við sera nógvum góðum hentleikum, har alt er undir somu lon – bæði undirvísingarhøli, bókasavn, venjingarhøli, ítróttarhøll og kantina, har pakkað er við fólki. Tí slepst ikki uttan um at koma at práta við onnur lesandi. Sum Hanus sigur sjálvur: » Tað er næstan alt sum ein familja«. Uttan fyri MF er ikki tað stóra sosiala lívið, heldur Hanus. Í Oslo eru heldur ikki nógvir føroyingar.

Samanbering Um lestrarstøðini skulu samanberast, so heldur Hanus, at tað eru bæði fyrimunir og vansar við at lesa í Keypmannhavn. Tað er ov langt frá lesandi til lærara, heldur hann, og “systemið” tykist ov stórt og tungt. Ein annar vansi er, at undirvísingin er stroydd runt ymsa staðni í býnum. Tann sosiali parturin uttan fyri lesnaðin er góður, av tí at tað eru nógvir føroyingar í Keypmannhavn. Av tí at guðfrøði lesnaðurin er meira málrættaður til prestastarvið, og at alt er savnað á einum stað, heldur Hanus, at hendan útbúgvingin hóskar honum betur, enn tann í Keypmannahavn. Baksíðan við at lesa í Oslo er, at kostnaðarstøðið er nakað hægri enn í Keypmannahavn. Til endans sigur Hanus, at tað, at tað eru so fáir føroyingar í Oslo, kann bæði vera ein fyrimunur og ein vansi.

Oslo

23

Page 3: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004

Hanus Simonsen úr Klaksvík visti, hvat hann vildi. Hann vildi lesa guðfrøði, men tá fyrsta royndin miseydnaðist, valdi hann at byrja av nýggjum aðra staðni í heiminum.

Hanus arbeiddi eitt ár í umsitingini hjá Klaksvíkar Býráð, áðrenn hann á sumri 1996 byrjaði á Klaksvíkar HF-skeiði. Haðani tók hann HF-próvtøku í 1998 og fór sama summarið niður til Danmarkar á bíbliuskúla í Hillerød. Árið eftir søkti hann inn á Universitetið í Keypmannahavn at lesa guðfrøði, og byrjaði at lesa á sumri 1999. Hanus valdi at vera knýttur at DBI (Dansk Bibelsk Institut), har man kann taka nøkur fak, og annars kann fáa lesipláss.

Guðfrøði í KeypmannahavnTað var ein stór broyting frá HF-skeiðnum til universitetið. Tað var mangan tungt at fylgja við, men tað gekk. Nógv fyrireiking skuldi til, og har hjálpti væl við bólkaarbeiði. Tvey tey fyrstu árini av guðfrøði lesnaðinum skal man hava trý ymisk mál: latín, griskt og hebraiskt, og vóru tað serliga hesi, sum kravdu nógva fyrireiking. Á sumri 2001 valdi Hanus at steðga lesnaðinum og fór til Føroya at arbeiða. Hann var m.a. læraravikarur á Viðareiði. Hanus ætlaði sær tó aftur undir guðfrøði lesnaðin,

og eftir at hava tosað við annan sóknarprestin í Klaksvík, sum sjálvur hevði lisið guðfrøði í Noregi, umhugsaði hann at fara til Noregs at halda fram við lesnaðinum. Tað, sum Hanusi dámdi betur við lesnaðinum í Noregi, var, at lesnaðurin var meira málrættaður til prestastarvið, tvs. at útbúgvingin var meira praktisk í Noregi enn í Danmark.Eitt annað, sum taldi upp við at fara til Noregs, var, at har kundi hann leggja meira orku í lesnaðinum, tí sum hann sjálvur sigur: »Tað er eingin loyna, at tað sosiala lívið í Keypmannahavn kann forða tí bókliga«.

At lesa í OsloÍ august mánaði 2002 byrjaði Hanus at lesa guðfrøði á universitetinum í Oslo. Hann fekk bara eitt fak góðskrivað úr Keypmannahavn. Hann var tískil noyddur at byrja so at siga av nýggjum. Guðfrøði lestnaðurin er øðrvísi skipaður í Oslo m.a. við tað, at málini (látín grikst og hebraiskt) ikki liggja fyrr enn á fimta lestrarhálvári. Eftir hansara meting hevur man eina meira grundleggjandi guðfrøði fyrst.

Á MF, sum fakultetið eitur, eru túsund lesandi. Øll lesa ikki til prest, men tó okkurt innan guðfrøðina. Stór áherðsla verður løgd á, at man kemur í samband við undirvísararnar bæði við at vitja teir í skrivstovutíð

Samrøða við Hanus Simonsen

Petur Martin Hansen

22 fjølnir NOV. 2004 NOV. 2004 fjølnir

STARVSVENJING Í MIÐFYRISITINGINIKatrin D. Apol 6

SAMRØÐA VIÐ HANUS SIMONSENPetur Martin Hansen 22

Á TEKNISTOVU Í “HEIMSINS BESTA LANDI”Nina A. Arge 20

SENDISTOVA FØROYA Í LONDONDann Jacobsen 18

MFS - EIN FELAGSSKAPUR FYRI ØLLDann Jacobsen 10

BARNSBURÐARFARLOYVISSKIPAN Í FØROYUMKatrin D. Apol 14

ARABISKT Á CARSTEN NIEBUHR INSTITUTTINUMJohan Jacobsen 16

ÓTTIN FYRI TÍ FREMMANDAJákup Sverri Kass 15

GJALDANDI LIMIR ELLA EI?Katrin D. Apol 4

Page 4: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004

Fylgjurnar av hesum eru í dag sólarklárar, nú vit mugu síggja í eyguni, at vit hava trupulleikar við at halda upp á limirnar. Umframt vantandi avslátturin upp á atgongumerkið til MFS-dans er ein orsøk til fallandi limatalið tó helst eisini tann, at limatalið á hvørjum ári verður nullstillað, tá limagjaldið skalgjaldast, og fólk hava ringt við at taka seg saman at endurnýggja limaskapin.Í løtuni gjalda limir í MFS 150 krónur um árið. Henda upphædd verður mett at vera yvirkomilig, serliga tá hugsað verður um, at bert árskalendarin og ISIC-kortið í sær sjálvum hava eitt søluvirði, sum liggur omanfyri hesa upphædd.MFS er umboð hjá øllum lesandi føroyingum uttanlands og á Fróðskaparsetri Føroya - eisini hjá teimum, sum velja at koyra upp á “fríhjul” við ikki at vera limir. Øll njóta ágóðan av arbeiði okkara, uttan mun til, um tey velja at stuðla arbeiðinum við limaskapi ella ei. Í sær sjálvum kann tí sigast, at tað ikki vildi verið nakar trupulleiki, um limatalið minkaði niður í einki, tí limagjaldið er ikki tað, sum

Gjaldandi limir ella ei?

Katrin D. Apol

ODDAGREIN

Idealismunnar tíð er av! Hetta hava vit í MFS-ráðnum sæð í eyguni fyri langari tíð síðani, og í dag er støðan tíverri hon, at vit hava lutfalsliga fáar limir, og enn færri, sum eru limir í MFS av idealistiskum orsøkum.

Alt ov ofta fáa vit ráðslimir spurningin settan um, hvat fæst burtur úr limaskapi í MFS. Vit eru greið yvir, at ofta kann vera torført at fáa eyga á tað politiska arbeiðið vit gera og harvið okkara leiklut sum umboð teirra lesandi mótvegis føroysku myndugleikunum.Tí hevur verið roynt at geva limunum nakrar sjónligar, materiellar fyrimunir so sum árskalendaran, ISIC-kortið, avsláttur upp á Internet Sosialin og Dimmalætting og Fjølnir. Ein annar fyrimunur hevur verið, at limir hava fi ngið avsláttur til tiltøk, sum MFS hevur skipað fyri. Ráðið tók tó, fyri góðum tveimum árum síðani, avgerð um, at tað, at skipa fyri dansi, kanska ikki rættiliga hoyrir heima undir arbeiðsøki MFS, og at vit heldur áttu at lagt orkuna aðra staðni.

4 fjølnir NOV. 2004 NOV. 2004 fjølnir

Skandinaviskir arkitektar sum heild, bera orð fyri at hugsa náttúruna inn í arbeiðið hjá sær. Ivist ikki í, at danir eru eins líka førir fyri hetta sum norðmenn, munurin er bara, at náttúran ikki spælir ein líka stóran leiklut í danska samfelagnum, sum í tí norska - føroyska, íslendska, grønlendska....

Ikki er bert landsslagið, ið ávirkar stílin. Veðurlag, samfelag og tradisjónir seta eisini dám á. Eisini á hesum økjum eru vit nærri grannar við Noreg, enn við Danmark.

Eitt orð, millum mong onnur, ið eru felags fyri málini bæði, er orðið tún (tun), ið hevur sama uppruna sum enska orðið town. Á norskum og føroyskum er hetta heiti fyri útiøkið millum hús og úthús. Christian Norberg-Schultz, skrivar í bókini, Stav og laft, at hetta “Tun” veruliga hevur verið, “býurin” hjá norðmonnum. Hetta er ein góð lýsing av, hvussu avbyrgd og smá samfeløgini hava verið. Norberg-Schultz heldur hetta vera eina møguliga orsøk til, at tað enn í dag er so ringt hjá norðmonnum at skapa ein rættuligan stórbýardám.

Noreg er kosið “heimsins besta land”. Her er vakurt, sera vakurt, málið lættskilt, fólk blíð og stemningurin kennist “heimligur”. Í heila tikið er tað undrunarvert, at so fáir føroyingar leita sær hendan vegin at lesa. Kann sjálv viðhvørt ergrast inn á, at eg ikki endaði her av fyrstani tíð. Ikki tí, at tað altíð er tað besta at fara til eitt umhvørvi, ið líkjist nógv tí, sum ein kemur frá. Tó, slepst ikki undan, at summar útbúgvingar – í størri ella minni mun – eru tengdar at ávísa staðnum lisið verður í.

Tromsø Universitet í gerð, Svalbard.

21

Page 5: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004

Orsøkin til, at eg valdi at fara til júst Noregs í praktikk var einføld: Eg komi úr, og ætli mær aftur at arbeiða í, einum fjallalandi og lesi í einum pannukøkulandi. Tað sigur seg sjálvt, at útbúgvingin hjá mær fer at vænta okkurt. Og ikki bara okkurt, men kanska eitt av teimum mest umráðandi økjunum innan byggilist, at skilja og virða landslagið og umhvørvið, tú byggur í.Flatar markir, múrsteinshús, bókatrø, danskur forstaður.... hetta er ikki júst mest viðkomandi og inspirerandi økið hjá einum føroyskum arkitektlesandi at arbeiða við, ella jú, men kanska ikki í longdini.

At munurin á norskum og donskum tilgangi til byggilistarlig mál skuldu verið so stórur, hevði eg tó ikki væntað, ella torað at vóna.

Nú hava norðmenn eitt heilt serligt forhold til náttúruna. Um tú spyrt ein oslobúgva, hvørji virðir, hann sær í býi sínum (ein nýmótans býur við uml. 1 mio. innbúgvum og øllum hugsandi hentleikum) svarar hann: “At so stutt er at koma út í náttúruna”. Mitt í viku sært tú teir klædningsílatnar við stressmappu, mobilos og LattéToGo, men so skjótt vikuskifti er, strúka teir avstað til frítíðarsmáttuna uppi í fjøllunum.....

Hetta kærleiksforhold sæst aftur í nógvum byggjaríi, har arkitekturin letur seg ávirka av náttúruni. Bæði, at hann virðir náttúruna og tískil tillagar bygningin til staðið og eisini nýtir hana sum íblástur. Tískil sæst beinleiðis munur á einum bygningi, um hann liggur í fjøllunum, við vatnið, í skógini ella í býnum.

Á teknistovu í “heimsins besta landi”

Ferðsluterminalur. Kvitsoy, Noreg

Nina A. Arge

20 fjølnir NOV. 2004 NOV. 2004 fjølnir

Saman við Føroyahúsinum skipar MFS fríggjakvøldið 26. nov. fyri fyrilestri um nationalismu í Føroyahúsinum. Halt eyga við heimasíðuni hjá Føroyahúsinum fyri at frætta nærri.

fíggjarliga heldur lív í felagnum. Heldur ikki er tað sjálvboðið arbeiði í limafjøldini, sum heldur felagnum uppi, so ráðið kundi í meginregluni arbeitt uttan at havt ein limafelag afturat sær. Minkandi limaskarin ber tó í sær, at vit hava trupulleikar at røkka út til nøktandi part av málbólkinum orsakað av avmarkaðu “kontakt-

fólki burtur. Um hetta gerst veruleiki, kann hugsast, at lættari hevði verið at rokkið øllum lesandi føroyingum og at MFS á henda hátt í nógv størri mun kundi verða felagsnevnari lesandi føroyinga, uttan mun til um viðkomandi var búsitandi í Keypmannahavn, Kenya ella Kolumbia.

Hvussu verður og ikki er ilt at spáa um í skrivandi stund. Tó er eingin ivi um, at okkurt má henda, um sambandið millum MFS og tey lesandi skalvarðveitast - og tað skal tað, tí uttan hetta sambandið er endamálið líkasum horvið!

mfs má umhugsa, hvussu sambandið til tey lesandi kann varðveitast

5

MFS er umboð hjá øllum lesandi føroyingum uttanlands og á Fróðskaparsetri Føroya - eisini hjá teimum, sum velja at

l” við ikki at vera limir

málbólkinum orsakað av avmarkaðu “kontakt-fl aduni”. Tí verður í hesum døgum kjakast rættiliga nógv um, hvørt tað er rætt at taka av limagjaldið, sum, hóast lutfalsliga lágu upphæddina, tykist halda

Hvussu verður og ikki er ilt at spáa um í skrivandi stund. Tó er eingin ivi um, at okkurt má henda, um sambandið millum MFS og tey lesandi skalvarðveitast - og tað skal tað, tí uttan hetta sambandið er endamálið líkasum horvið!

MFS er umboð hjá øllum lesandi føroyingum uttanlands og á Fróðskaparsetri Føroya - eisini hjá teimum, sum velja at koyra upp á “fríhjul” við ikki at vera limir

Page 6: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004

Ofta verður tikið til, at tey lesandi eru ein ósjónligur ella vantandi samfelagsbólkur í Føroyum, og at hesin bólkur tískil ikki er við til at mynda almenna kjakið. Orsøkin er sjálvsøgd - tey lesandi eru jú ikki í Føroyum. Størsti parturin av teimum lesandi er nevniliga uttanlands og nemur sær útbúgving. Hóast sambandið landanna millum orsakað av framkomnari tøkni er rættiliga gott, so kann tað tó vera tungt at liva ítveimum ymsum samfeløgum samstundis og leggja seg eftir at vera við í samfelagskjakinum á báðum støðum. Lættari er aloftast at hugsa um tað, sum fer fram har, ein er. Á henda hátt viknar sambandið millum tann einstaka lesandi og føroyska samfelagið.

Styrkt sambandEin afturvendandi spurningur tykist vera, hvussu Føroyar skulu megna at fáa tað útbúna fólkið at venda heim aftur eftir loknan lesnað. MFS metir, at ein háttur kundi verið at styrkt sambandið partanna millum undir sjálvum lestrinum, soleiðis at útbúgvingin kanska í størri mun var lagað til føroysk viðurskifti. Ikki tí, royndir uttaneftir eru sanniliga gull verdar bæði fyri einstaklingin og føroyska samfelagið, men eitt tættari samstarv vildi uttan iva eisini verið virðismikið fyri menningina av ymsum økjum í føroyska samfelagnum.

Fyrimunir fyri báðar partarUttanlands tykist gongdin vera, at alt fleiri á lærdu háskúlunum velja at taka eitt lestrarhálváar í starvsvenjing sum góðkendan part av útbúgvingini.

Á henda hátt ber til at royna bókligu kunnleikarnar á ávísum, meira praktiskum fakøki. Tá her verður tosað um betrað samstarv, verður eisini hugsað um at lata upp fyri møguleikanum, at tann lesandi verður knýttur at ávísum stovni í samband við uppgávuskriving.T.d. kann tann lesandi standa fyri eini kanning fyri ávísa fyritøku, sum kann vera gevandi fyri báðar partar. Tann lesandi fær nakrar praktiskar royndir og fyritøkan fær nøkur úrslit at byggja víðari virksemi á. MFS hevur áður saman við Vinnuhúsinum roynt at lagt upp til eitt líknandi samband partanna millum. Av einihvørjari orsøk virkaði hetta samstarvið ongantíð til fulnar og er nú dottið niður fyri. Nú royna vit so av nýggjum - hesu ferð við at fara meira málrættað til verka.

Starvsvenjing í miðfyrisitingini

Katrin D. Apol

Skjótt atboriðEina ferð í vár vendi MFS sær til Løgmansskrivstovuna við fyrispurningi um, hvørt tað hevði verið eitt hugskot at skipað varð fyri, at stjórnarráðini í Føroyum tóku lesandi inn í starvsvenjing í avmarkað tíðarskeið. Hugskotið var møtt við vælvilja, og skjótt er borið at, má sigast. Longu komandi lestrarhálvár ber nevniliga til hjá lesandi at fara í starvsvenjing á teimum seks stjórnarráðunum umframt á Løgmansskrivstovuni. Vit frøast sjálvsagt um hetta og vóna at síggja, at eisini aðrar fyritøkur og stovnar framyvir fara at bera eyga á og nýta henda framúr møguleikan, at taka lesandi inn í starvsvenjing.

Umsóknarbløð eru at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni, www.tinganes.fo

6 fjølnir NOV. 2004 NOV. 2004 fjølnir

desember 2002, har føroyski sendimaðurin er fasta føroyska umboðið.

Vinnuliga samstarvið millum Føroyar og Bretland er í støðugari menning. Fleiri ferðir um árið eru umboð fyri føroysku vinnuna á vitjan í Bretlandi. Meginparturin kemur umboðandi fiskivinnuna á kunningarfundir og ymsar ráð- og sølustevnur. Leikluturin hjá sendistovuni er í hesum sambandi ofta at virka sum fyriskipari og/ella samskipari av ymsum stevnum og tiltøkum, ið hava vinnuligan áhuga. Men møguliga er týdningarmiklasti leiklutur sendistovunar at tryggja, at samskiftið millum vinnulívini í báðum londum glíður so lætt og á ein so fullgóðan hátt sum yvirhøvur møguligt.

Eisini er sendistovan karmur um ymisk mentunarlig tiltøk. T.d. skipaði sendistovan fyri móttøku í samband við føroyska flaggdagin. Til móttøkuna møttu fleiri gestir, so sum tingmenn, sendimenn og starvsfólk frá ymiskum ráðskrivstovum, felagsskapum og stovnum. Skipað varð eisini fyri móttøku í samband við bókaútgávu hjá Gunnari Hoydal.

Sum nakað nýtt ætlar Føroyska Sendistovan í London tann 20. november 2004 at skipa fyri einum degi fyri øllum lesandi í Bretlandi og øllum, sum hava áhuga fyri lesnaði í Stóra Bretlandi. Tiltakið er skipað í

samstarvi við Altjóða Skrivstovuna og MFS. Við á degnum vera umboð fyri ASK og MFS, har afturat koma føroyingar at greiða frá, hvussu tað er at vera lesandi í Bretlandi og um ymisk arbeiðsviðurskifti. Ætlanin er eisini, at eitt sermerkt bretskt valafólk kemur at halda eina framløgu um bretska mentan og um fólkið, ið har býr.

Meiri fæst at vita um virksemið hjá Sendistovu Føroya í London og um tiltakið fyri tey lesandi í Stóra Bretlandi á heimasíðuni www.faroeislands.org.uk

Sendistovan

19

Page 7: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004

Merkið veittrar undir liðini av Dannebrog og ES-búmerkinum uttanfyri sera stásiliga bygningin á Sloane Street, sum er gøtan við teimum eksklusivu handlunum og tritlandi ríkmannafjøld við teirra designara beriposum. Tað er her, í útsynningspartinum av London, at Sendistova Føroya húsast undir somu lon sum tann Kongaliga Danska Sendistovan í Stóra Bretlandi.

Sendistova Føroya í London hevur nú virkað í tvey ár. Virksemið á sendistovuni ber brá av at vera sera fjølbroytt, men sum sítt høvuðsvirki er sendistovan bindiliður millum lítlu Føroyar og Stóra Bretland. Eitt av lyklaorðunum og partur av arbeiðssetninginum hjá sendistovuni er orðið “netverk”. Hetta fyribrigdið “at skapa netverk”

er væl kent uttanlands, og hevur verið dyrkað í mong ár í akademiskum- og vinnulívshøpi, kanska serliga í USA. Á hendan hátt kann Sendistovan vera við til at draga eitt sera gagnligt amboð inn í føroysku almennu fyrisitingina. Sendistovan er dagliga mannað við John Rajani, sendimanni, og skrivaranum, Siggu Jacobsen. Føroyingar hava mong ymisk áhugamál í Bretlandi og bretar hava somuleiðis áhuga fyri Føroyum. Áhugamálini hjá Føroyum í Bretlandi hava bæði politisk, vinnulig sum mentunarlig eyðkenni. Á útbúgvingarøkinum hava føroyingar eisini fleiri áhugamál í Bretlandi, serliga tá ið hugsað verður um øktu tilgongdina av føroyskum lesandi til Stóra Bretlands.

Á tí politiska økinum er tað serliga politiska fiskivinnusamstarvið millum londini, sum hevur okkara áhuga. Haraftrat hevur sendistovan regluligt samband við viðkomandi bretskar og skotskar tinglimir. Eisini hava fleiri altjóða felagsskapir høvuðssæti í London, sum hava serligan føroyskan áhuga. Ein av hesum felagsskapum er The International Maritime Organisation (IMO), har høvuðsendamálið er at syrgja fyri “safe, secure and efficient shipping on clean oceans”. Hesin felagsskapur er blivin serliga viðkomandi eftir at føroyingar fóru undir at menna eina føroyska oljuvinnu. Føroyar fingu atlimaskap í IMO í

Sendistova Føroya í London - ein bindiliður millum føroyingar og bretar

Dann Jacobsen

London

18 fjølnir NOV. 2004 NOV. 2004 fjølnir

Nýggj ferdaskrivstova í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

Vanlig avgreiðsla: mánadag til fríggjadag 09:30 – 16:00Telefonavgreiðsla: mánadag til fríggjadag 09:30 – 21.00

Sum nakað nýtt ber eisini til at fáa tíðindi via sms um nýtt innan flogferðslu, t.d.ferðatilboð Tilmelding til hesa tænastu við sms á tlf. 61 79 19 19 (skriva »tilmeld«)

My Faroe ApsTelefon. nr. 33 31 36 00

Teldupostur: [email protected]

www.myfaroe.dk (frá 1. des. 2004)

7

Page 8: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004

Eftir áheitan frá MFS eru Løgmansskrivstovan og stjórnarráðini farin undir royndarskipan, sum skal geva lesandi møguleika at vera starvslesandi í miðfyrisitingini í upp til eitt lestrarhálvár.

Soleiðis virkar skipaninTann lesandi søkir um at sleppa í starvsvenjing í einum av stjórnarráðunum. Tey eru:

o Løgmansskrivstovan – www.tinganes.foo Fíggjarmálaráðið – www.fmr.foo Fiskimálaráðið – www.fisk.foo Vinnumálaráðið – www.vmr.foo Almanna- og heilsumálaráðið – www.ahr.foo Mentamálaráðið – www.mmr.foo Innlendismálaráðið – www.imr.fo

Lesandi kunnu søkja um at koma í starvsvenjing, um tey t.d. hava áhuga at arbeiða innan ávíst málsøki í sambandi við lestraruppgávu. Ella um tey hava almennan áhugað at fáa nærri innlit í politisku skipanina, og hvussu almenna fyrisitingin virkar.

ArbeiðsuppgávurArbeiðsuppgávurnar kunnu vera sera ymiskar, alt eftir hvat tørvurin er í tíðarskeiðinum, sum starvsvenjingin er. Tann starvslesandi verður partur av dagligu arbeiðsgongdini í avvarðandi stjórnarráði og fær við hesum innlit í tey mál, ið

stjórarráðið umsitur. Tað verður miðað eftir, at tann starvslesandi kann vera við í arbeiðinum at loysa størri og minni uppgávur hjá ráðnum. Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevni, vera áhitnir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarar eiga harumframt at vera stinnir í føroyskum máli.

Hesi kunnu søkja: Lesandi við lærdan háskúla, sum í minsta lagi hava útbúgving á bachelor stigi, kunnu søkja um at sleppa í starvsvenjing. Størvini eru ólønt og eru skipað eftir teim reglum, ið eru galdandi fyri starvslesandi á staðnum, m.a. trúnaðarreglum, samsýning o.t. Tað er møguligt at søkja um ókeypis bústað í starvstíðini.

Starvslesandi í miðfyrisitingini - Royndarskipanlýsing á www.tinganes.fo

8 fjølnir NOV. 2004 NOV. 2004 fjølnir

arbeiðinum, sum er farið fram á hesum økinum. Umframt at geva næmingunum metodologisk vitan at arbeiða við framyvir í lestrinum. Tilvalsfakið Klassisk Islamisk Civilisation er eisini eitt tilboð, ið fleiri hava tikið av, nú hendan lestrarhálvan er byrjað.

Arabiska málið verður í dag tosað av uml. 150 milliónum menniskjum. Í dag eru tað alsamt fleiri ikki-arabarar, ið royna at læra seg arabiskt. Orsøkirnar til hendan áhugan í dag eru ymiskar, men tær hava - fyrr ella seinni - eitthvørt við yvirgangsatsóknirnar á USA at gera.

Týðuligari fokus er komið á arabiska og muslimska heimin.

Heitið “Arabiskt” er ikki einfalt. Allir arabarar ,uttan undantak, tosa frá barnsbeini av eitt ikki-bókmentað arabiskt mál, og hava hetta málið sum móðurmál. Hetta ikki-bókmentaða málið fellir undir betri kenda heitið dialekt og varierar í formi, alt eftir hvar ein er. Stórur munur er á tí arabiska, ið tosað verður í Marokko og so til dømis í Irak. Munurin er ikki so ólíkur muninum millum t.d. íslendskt og danskt. Men skriftmálið hava marokkanin og irakin til felags, sostatt kann arabiskt samskifti fara fram. Skriftmálið hevur eina langa og ríka bókmentasøgu, ið er minst 1500 ár. Skriftmálið verður gjarna lært, tá ein fer í skúla – í eini skriftligari og eisini í eini munnligari útgávu. Hetta málið, há-arabiskt ella Modern Standard Arabic, dominerar í formellum høpi, sum t.d. í fjølmiðlum, á lærdum háskúlum, í átrúnaðarligum høpi o.s.fr.

Hetta er so tað eina av málunum, ið næmingar á Carsten Niebuhr hvørt ár royna at læra seg. Fyrrnevnda fyrireikingarskeiðið hevur næmingurin eisini møguleika at fylgja á internetinum. Fyrst verður arabiska alfabetið og tilhoyrandi ljóðvirðini væl og virðiliga terpaði...Umayya moskan, Damaskus, heystið 2002

17

Page 9: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004

Aftaná tey bæði ræðuligu og ógvusligu brakini í New York hin 11. septembur fyri trimum árum síðan, er áhugin fyri arabiskum viðurskiftum nógv vaksin. Hetta merkja lestrarstovnarnir, ið fáast við hesi økini. Her skal tað í stuttum snúgva seg um lesturin í arabiskum á Københavns Universitet. Carsten Niebuhr Afdelingen er partur av Det Humanistiske Fakultet á Københavns Universitet og heldur til úti á Islandsbrygge, Snorresgade 17-19. Hesin stovnurin arbeiðir við viðurskiftum, ið hava við orientalsku Eysturlondini og Vesturasia at gera í forntíð og nútíð. Størstur dentur verður lagdur á málslig, søgulig, átrúnaðarlig, samfelagslig og fornfrøðilig viðurskiftir. Her halda fak sum Arabiskt, Hebraiskt, Persiskt, Turkiskt, Ægyptologi, Nærorientalsk arkæologi og fleiri til. Høvuðsendamálið við fakinum Arabiskt er, at innleiða næmingin í arabiska mentan og mál. Afturat hesum skal næmingurin skilja, tosa og skriva arabiskt, umframt at duga at samskifta hesa vitanina í donskum og altjóða høpi. Lesturin

umfatar mál, bókmentir, søgu, átrúnað- og samfelagsviðurskiftir í Miðeystri.

“Tilvalgsfag” skal ein taka á Humanistiska Fakultetinum og tað kann meiri enn so verða torført at velja ímillum allar møguleikarnar. Arabiskt, sum høvuðsgreinalestur á Københavns Universitet, er stórt sæð uppbygt eftir vanliga “humanistiska” leistinum við einum Bachelor-parti – høvuðsgrein við tilvalsgrein – og Kandidat-partinum. Tó, krevst eitt málsligt fyrireikingarskeið á 1⁄2 ársverk afturat útbúgvingini, soleiðis verður ársverkið fyri Arabiskt 31⁄2. Størsti parturin av útbúgvingini er málsligur, um ein tekur fakið sum høvuðsgrein. Men eisini er møguligt at taka partar av hesi útbúgving sum hjánám ella “individuelt tilvalg”. Á fyrsta árinum hjá høvuðsgreinalesandi eru innleiðandi skeiðini í nútíðar miðeystursøgu, frá 1800 til nútíðina, skeiðið “Islam og islamforskning”, meðan á øðrum ári liggur samfelagsfakið “Moderne mellemøstlige samfundsforhold”. Endamálið við hesi greinini er at geva næminginum innlit í viðurskiftir í miðeysturlendskum samfeløgum og tí vísindaliga

Arabiskt á Carsten Niebuhr Instituttinum

Johan Jacobsen

16 fjølnir NOV. 2004 NOV. 2004 fjølnir

Aðrar upplýsingarNærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jeanette E. Blåsvær, fulltrúa í stjórnardeildini í Løgmansskrivstovuni, tlf. +298 35 10 42.

Løgmansstjórin og aðalstjórarnir viðgera umsóknirnar, so skjótt umsóknarfreistin er farin, og fáa umsøkjarar svar so skjótt avgerð er tikin.

UmsóknTann lesandi fyllir út hjálagda umsóknarblað og sendir tað til Løgmansskrivstovuna, sum samskiparviðgerðina av umsóknunum við stjórnarráðini. Aðalstjórin í avvarðandi ráði ger av, um teirra stjórnarráð tekur inn starvslesandi alt eftir, hvørjar uppgávur eru í ráðnum í tíðarskeiðnum.

Umsóknarfreistir eru 22. november fyri fyrra hálvár og 1. apríl fyri seinna hálvár. Starvstíðin kann lagast eftir tørvinum hjá tí lesandi.

9

Page 10: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004

Dann Jacobsen

MFS – ein felagsskapur fyri øll lesandi

Tað er bæði hugaligt og stimbrandi fyri føroyska samfelagið, at enn fleiri føroyingar leita sær út í stóra heimin at nema sær útbúgving. Tann væl traðkaða leiðin til Danmarkar hevur fingið kapping frá fjarskotnum tjóðum, men eisini frá føroyskum grannatjóðum. Til dømis vísa tøl frá Stuðulstovninum, at millum 25-30 føroyingar á hvørjum ári velja Stóra Bretland fram um onnur lond til víðari lesnað. Hendan gongdin sær út at vera komin fyri at verða og støðugt vaksandi frá ári til ár. Ein alsamt átrokandi spurningur, ið verður reistur í kjalarvørinum av hesari gongdini er, um tey lesandi uttan fyri Danmark verða umboðaði av

MFS á fullgóðan hátt, og hvussu kann hetta arbeiðið skipast?Tað er ongin ivi um, at MFS hevur havt meginpartin av sínum virksemi í Danmark (Keypmannahavn), og tískil er eisini størsta vitanin um viðkomandi viðurskifti uppbygt á og merkt av hesum stað. Tað er eisini í Danmark, at flestu MFS-ráðslimirnir eru at finna, har teir eru aktivir á ymiskum lestrarleiðum. Hetta er í sær sjálvum ein náttúrlig gongd og eitt úrslit av, at søguliga hava flestu føroyingar leitað sær til Danmarkar til tess at nema sær hægri útbúgving. Meirilutin av føroyingum undir hægri lesnaði skal uttan iva eisini framyvir finnast í Danmark, í øllum

10 fjølnir NOV. 2004 NOV. 2004 fjølnir

www.mfs.foVit arbeiða í løtuni við nýggjari heimasíðu, sum m.a. skal vera meira upplýsandi og brúkaravinarlig enn tann gamla. Orsakað av hesum verður gamla heimasíðan ikki uppdaterað. Tit frætta nærri, tá nýggja heimasíðan er klár.

Við jøvnum millumbilum stingur eitt ávíst snævurskygni seg upp ímillum fólk. Hetta snævurskygni verður sum oftast myndað við óttanum – óttanum fyri tí fremmanda.

Óttin fyri rættindum til tey samkyndu – óttin fyri muslimum – óttin fyri framburði á nátturuvísundaligum økjum, óttin fyri ES ...eg kundi hildið á. Hvat er hetta fyri ótti; er tað veruliga soleiðis, at vit hava tað, sum er tað besta og mest reindyrkaða, og alt, sum kemur uttanífrá, er av tí ónda? Ella er tað soleiðis, at snævurskygni sleppur at seta dagsskránna, tí at nøkur fá hava nakað at vinna við at lata fólkið liva í óvissu?

Fyri mær virkar tað, sum eru tað nøkur, sum ynskja at dyrka eina fagra nationalismu, sum hevur til endamáls at tryggja teimum rættin til at stýra; ímeðan onnur ynskja at vit framhaldandi liva í óvissuni, eini óvissu, sum kann fyllast av einari lívsáskoðan, sum er merkt av einum fanatiskum kristindómi.

Hvar enda vit, um vit framhaldandi skulu óttast alt, ið fremmant er? Vit eru noydd at uppsøkja tað fremmanda fyri at kunna skilja tað. Vit burdu kunnað okkum betur um, hvat tað í veruleikanum er, vit tosa um. T.d. hvussu kunnu føroyingar óttast muslimar, tá ið vit ikki hava teir í Føroyum?

Jú, vit lata onnur tala fyri okkum, so sleppa vit sjálvi frá at seta okkum meira inn í málið.

Sum føroyingar og ein lítil tjóð hava vit ikki ráð at steingja útheiminum úti. Vit eru í minsta lagi noydd at møta framburðinum á hálvari leið, og gera vit tað, so eiga vit eina mennandi framtíð.

Tað er ongin ivi um, at framtíðin er óviss, men hon er eisini spennandi, mennandi og avbjóðandi. Lata vit okkum eitt sindur upp og gera meira til tess at taka avbjóðingarnar upp, so ivist eg ikki í, at vit hava eina bjarta framtíð.

Útheimurin stendur ikki í stað – og tað eiga Føroyar heldur ikki!

Við frísintari kvøðu

Jákup Sverri Kass

Óttin fyri tí fremmanda

Jákup Sverri Kass

15

Page 11: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004

Í longri tíð, ja, í veruleikanum í fleiri ár hevur MFS arbeitt fyri at fáa eina skipan at koyra í Føroyum, sum ger tað møguligt hjá lesandi í Føroyum at fara í barnsburðarfarloyvi. Tey lesandi hava higartil verið einasti samfelagsbólkur í Føroyum, sum ikki hevur rætt til barnsburðarfarloyvi. Fyri at fáa henda rætt, eru tey lesandi noydd til at gevast við lesnaðinum!

MFS hevur lagt uppskot fram, sum er bygt á donsku SU-skipanina, sum m.a. veitir lesandi, sum fáa barn/børn eyka klipp í SU. Fleiri ferðir hava boðini úr Mentamálaráðnum ljóðað, at nú er um at vera komið á mál og skipanin klár at seta í verk,

Barnsburðarfarloyvisskipan fyri lesandi í Føroyum

Katrin D Apol

men so hevur verið ráðharraskifti, val ella tílíkt, sum so aftur hevur seinkað arbeiðinum. Eftir fyrispurning frá MFS er so enn eina ferð komið bræv, hesu ferð undirskrivað av mentamálaráðharranum, Jógvani á Lakjuni, um, at nú fer skipanin at verða sett í gildi. Sagt verður frá : “…at ætlanin er, at ein lógarbroyting til løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan við seinni broytingum, verður løgd fyri løgtingið á vári 2005. Lógarbroytingin fer at gera tað møguligt at gera eina barnsburðarfarloyvisskipan fyri lesandi í kunngerð. Ætlanin er, at nýggja skipanin verður sett í verk frá heysti 2005.«

14 fjølnir NOV. 2004 NOV. 2004 fjølnir

førum tey næstu fimm til tíggju árini. Men sum áður nevnt, so missur tann vælkenda og einaferð einasta ferðaleiðin hjá teimum lesandi støðugt sín altdominerandi leiklut. Tíðin er nú búgvin til eina endurskoðan av og eina tillagan av framtíðarvirksemi og skipan MFS.

Nýggjar avbjóðingarTað er møguliga enn minni ivi um, at tørvurin á MFS er størri hjá lesandi í øðrum londum enn í Danmark. Sjálvsagt skal MFS halda áfram at arbeiða fyri og umboða føroyingar undir lesnaði í Danmark. Men tað kemst ikki undan, at tað eru ymisk serviðurskifti, ið gera seg galdandi í Danmark, ið gera tað lættari á nógvum økjum fyri tey lesandi, kanska serliga í byrjanini av lestrartíðini. Hetta kemst m.a. av teimum rættindum, sum eru tryggjaði í ríkisfelagskapinum, tøttum familju- og vinarbondum, royndum og annars tann vitanin, sum er vunnin ígjøgnum nærum eina heila øld. Hetta síðst nevnda “vitan” er møguliga tann størsta avbjóðingin, ið stendur fyri framman. Í dag, er lítil vitan um politisku, figgjarligu og sosialu umstøðurnar hjá teimum føroysku lesandi í øðrum londum enn norðurlondum. Møguliga er vitanin hjá tí einstaka lesandi um skipanir og umstøður í londum uttanfyri norðurlond nøktandi, og er hetta eisini í flestu førum eitt úrslit av egnum rannsókn. Men tað er ein trupulleiki, at hendan vitan ikki er miðsavnað

og lætt atkomilig hjá øllum, ið hava hug at fara uttanlands at lesa hægri lestur. Tað er serliga á hesum økinum, at MFS kann og skal gera seg galdandi. Sjálvandi er tað reint praktiskt ikki møguligt at savna vitan um viðurskifti teirra lesandi í øllum heimsins londum. Tískil má arbeiðið við at savna vitan um lestrarviðurskifti í ymiskum londum í fyrstu atløgu raðfestast og skipast eftir tørvi.

MFS og hiniTað kann ofta vera trupult at fáa greiðu á endamálum og ábyrgdarøkjum hjá teimum ymsu stovnunum og feløgunum, ið umboða føroysk lesandi. Hesin trupulleiki má loysast til tess at gera tað lættari hjá tí lesandi at fáa greiðu á viðkomandi spurningum. Hóast hetta, er tað týdningarmikið, at MFS og stovnar sum eitt nú LFÚ og Altjóða Skrivstovan og møguliga eisini lestrarvegleiðarunum á føroysku miðnámsskúlunum samstarva um at uppbyggja tað neyðugu vitanina til tess at betra um umstøðurnar hjá øllum føroyingum undir útbúgving, uttan mun til, hvat land talan er um. Hetta arbeiðið kann við fyrimuni fremjast í samstarvi millum feløgini og stovnarnar við at býta og miðsavna alla vitanina og samstundis vera orkusparandi.Tað eru sjálvsagt ymisk øki, ið kunnu sigast at vera serøki hjá MFS. Millum annað er tað endamálið

11

Page 12: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004

Minst til: MFS limir fáa bæði internet-dimmu og internet-sosialin fyri 1/2 prís, bert við at venda sær til MFS

hjá MFS at tryggja og betra um politisku umstøðurnar hjá teimum lesandi. Studentapolitikkur verður førdur og røktur á besta hátt av teimum lesandi sjálvum. Tað er tó vandi fyri, at virkið hjá MFS sum studentapolitiskur felagsskapur druknar í millum hini feløgini, mitt í tí økta virkseminum at veita kunning um fremmand lestrarlond. Harafturat fara landafrøðiligu frástøðurnar at skapa størri spjaðing millum limirnar í MFS, og møguliga ger hetta tað torførari hjá MFS at virka sum ein savnandi felagsskapur, ið skal umboða allar føroyingar undir útbúgving. Sjálvandi skal MFS eisini veita limum sínum kunning um nógv ymisk viðurskifti, men í teirri gongdini, sum mennist støðugt, er tað neyðugt, at MFS skilir seg frá hinum stovnunum/felagskapunum og varðveitur støðu sína á tí studentapolitiska økinum.Sum áður er tað møguliga størri tørvur hjá lesandi uttanfyri norðurlond at hava skipaða umboðan á tí studentapolitiska økinum. Uttan iva, hava tey lesandi í Danmark størri ávirkan á og betri møguleika at fáa sjónarmið síni fram í føroyska samfelagskjakinum. Tað er kanska serliga í hesum førum, at MFS kundi virkað sum skipaða talirørið hjá øllum lesandi føroyingum, og harvið “stytt” um landafrøðiligu frástøðuna millum føroyska samfelagið og tey lesandi í minni siðavandum lestrarlondum.

Krøv til MFS og limirnarTil tess at tillaga MFS soleiðis, at tørvurin og áhugamálini hjá øllum føroyingum undir útbúgving verður nøktaður og umboðaður á fullgóðan hátt, krevst ein endurskoðan av núverandi virki hjá felagnum og ætlan um, hvussu hetta kann skipast í framtíðini.

Tað er eingin formlig forðing fyri í verandi skipan, at t.d. lesandi uttanfyri Danmark fáa ein meira aktivan leiklut í MFS arbeiðinum. Hetta kundi verið gjørt antin við, at lesandi uttanfyri Danmark stillaðu upp til árliga MFS ráðsvalið, ella við at hesi gjørdist virkin í einari av undirnevndunum í MFS.

MFS-ráðið. Sum nú er, búgva allir ráðslimir í Danmark

Tó er tað neyðugt, at MFS longu nú byrjar at síggja virki felagsins, bæði núverandi og komandi, í ljósinum av verandi gongd, har føroyingar í lestrarørindum spjaðast alsamt meira kring allan heimin. Við hesum broyttu umstøðum í huga, er neyðugt at orða eina framtíðarvisjón og mál fyri MFS, og hvussu ítøkilig stig kunnu takast fyri at fremja tey í verki til tess at røkka hesum málum. Hetta arbeiðið skal fyri ein stóran part samskipast og setast í verk í samstarvi við áðurnevndu feløg og stovnar.Hinvegin, av tí at alt arbeiðið í MFS er sjálvboðið, og miðlarnir eru avmarkaðir, er neyðugt við einum meira aktivum leikluti frá øllum MFS limum og annars føroyingum undir lesnaði yvirhøvur. Fyri at gera arbeiðið hjá MFS so viðkomandi og miðvíst sum gjørligt, er neyðugt, at limirnir í størri mun venda sær til MFS við teirra spurningum og málum, sum felagið síðani eftir besta førimuni kann fáa greiðu á.

Við hesum sagt, so liggur størsta uppgávan enn hjá MFS sjálvum, og tí má felagið fara í hált við at samskipa framtíðar kunning og onnur viðurskifti í samstarvi við viðkomandi systurfeløg og ikki minst røkka út til øll føroysk lesandi í øllum tjóðum.

Øll eru vælkomin at luttaka í nevndararbeiðinum hjá MFS!

12 13fjølnir NOV. 2004 NOV. 2004 fjølnir

Page 13: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004
Page 14: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004
Page 15: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004
Page 16: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004
Page 17: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004
Page 18: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004
Page 19: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004
Page 20: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004
Page 21: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004
Page 22: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004
Page 23: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004
Page 24: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004
Page 25: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004
Page 26: Fjølnir - Árgangur 20 - Nr. 2 - November 2004