40
NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 64. ÁRGANGUR / KR 30,00 - lokala røddin síðani 1915 TUNNILSDAGUR Ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin leygardagin 2. mai Leygardagin er ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin. Flest handlanar hava opið heilt til kl. 20.00. Eisini eru nógv góð tilboð

Nordlysid nr 13 2015

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 13 Mikudagin 29. apríl 2015

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 13 2015

NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 64. ÁRGANGUR / KR 30,00 - lokala røddin síðani 1915

TUNNILSDAGURÓkeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin leygardagin 2. mai

Leygardagin er ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin.

Flest handlanar hava opið heilt til kl. 20.00.

Eisini eru nógv góð tilboð

Page 2: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 20152

Sum næmingur í Eik verður tú partur av einum væl

samanspældum toymi, har hvør ger sítt til, at kundar

okkara fáa framúr góða tænastu, soleiðis at Eik

verður fremsta val føroyinga.

Næmingatíðin

Í Eik fært tú eina fjølbroytta og avbjóðandi útbúgving

innan nútíðar peningastovnsvirksemi. Tú fært

kunnleika til búskap, løgfrøði og fíggjarviðurskifti.

Tú lærir at veita kundum okkara ráðgeving og

tænastur í einum professionellum og kundavendum

umhvørvi.

Næmingatíðin er 2 ár, men tú fert rættuliga tíðliga at

fáa uppgávur, har tú ert í beinleiðis sambandi við

kundar okkara.

Tí er umráðandi, at tær dámar at hava við fólk at

gera, og at tú trívist við og hevur evni at seta teg

inn í støðuna hjá øðrum.

Útbúgving

Tú gongur í peningastovnsskúla og ert við í

próvgevandi lærugreinum. Í skúlatíðini hittir tú aðrar

næmingar og fært høvi at sparra og fáa íblástur frá

teimum.

Krøv

Umsøkjarar skulu hava lokið miðnámsútbúgving ella

líknandi prógv. Næmingar, ið taka prógv í summar,

eru eisini vælkomnir at søkja.

Fleiri upplýsingar um næmingastørvini fáast við

at venda sær til Margrethu Rustin Heinesen,

tel: 348514, teldupostur: [email protected]

Les meira á www.eik.fo

Send umsókn við avriti av próvskjølum umvegis

heimasíðuna, ella til adressuna nevnda niðanfyri,

so hon er okkum í hendi í seinasta lagi 7. mai 2015.

Eik Banki P/F

‘Starv’

Postboks 34

110 Tórshavn

Teldupostur: [email protected]

Næmingur í Eik

www.eik.fo tel. 348000

Tímir tú tænastu, toymi og tøl? Vit sóknast eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum næmingum, sum brenna fyri at læra nýtt og at taka sær væl av kundum okkara

Vit bjóða okkum til at fyriskipa starvsfólkaút-ferð í Hattarvík á Fugloynni.

Skrá:Farið verður úr Hvannasun-di til Fugloyar, Hattarvík.

Byrjað verður við mor-gunmati á Uppistovugarði-num.

Síðani verður ein frásø-gutúrur í bygdini, fyri at vitja áhugaverd støð vm.

Eftir hetta, verður tað so ein gongutúrur niðan á Eystfelli við staðkendum ferðaleiðara, sum somu-

leiðis vísir á og greiðir frá um støð, søgur og sagnir. Øll fáa ein góðan matpakka við.

Komin oman úr haga, verður borðreitt við súpan, te og kaffi

- Fráferð við Rituni til Hvannasund.

STA RV SFÓLK AÚTFERÐ ELL A BÓLK AÚTFERÐ

Áhugaði kunnu seta seg í samband viðSímun Gullaksen, telefon +298 217055ella við at senda ein t-post til: [email protected]

Page 3: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 3

Page 4: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 20154

Page 5: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 5

Page 6: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 20156

Page 7: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 7

Page 8: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 20158

Nú síggja vit ítøki-liga, hvat formaður javnaðarfloksins Aksel Jóhanne-sen meinar við, tá hann førir fram, at ríkidømi Føroya skal deilast javnari millum Føroyingar. Hann hevur ført hetta fram óteljan-di ferðir í sjónvarpi, útvarpi og bløðu-num og hetta er úrslitið. Ókeypis barnaansing til millióningar og við tað, at flest fólk búgva í høvuðs-staðnum, so fara pengarnir har. Hetta var alt reypið. So

vita vit tað.

Javnaðarflokkurin vil nú, at øll tey ríku skulu hava ókeypis barnaansing. Tað vil siga, at tey skulu hava ein lætta uppá 2000-2500 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið. Ein familja við tveimum børnum fær soleiðis ein lætta uppá uml. 5000 krónur. Ikki smávegis , sum javnaðarflokkurin nú vil forkela tey ríku í sam-felagnum.

Taka vit tey, sum fáa ókeypis barnaansing í dag,

so eru tað tey, sum hava eina inntøku upp til 244.000 ,- árliga, ella 20.333,- um mánaðin. Síðani minkar stuðulin stigvíst inntil inn-tøkan er kr. 293. 000 árliga, tá hann fellir burtur.

Í løtuni verður arbeitt við, at broyta kunngerðina um ansingarpláss soleiðis, at hámerkið verður hæk-kað upp til 390.000,-. Hetta fyri at lætta um hjá lág- og miðalinntøkum.

Nú vil javnaðarflokkurin avtaka hetta hámarkið og geva millióningum ókeypis barnaansing. Hvør tosaði um, at ríkidømis Føroya skuldi býtast javnari mil-lum føroyingar ? Enntá tey, sum ikki gjalda skatt í Før-oyum skulu hava ókeypis barnaansing.

Alingin skal gjaldaHvør skal gjalda? Jú alingin, sum brúkar hvønn fjørð uttanfyri miðstaðarøkið skal gjalda. Vinningurin frá alivinnuni kundi t.d. ístaðin verid veittur sum ískoyti til kommunurnar, har alingin virkar. Á tann hátt fingu kommunurnar har aliringarnir liggja eitt sindur burtur úr alingi-ni, burtursæð frá teim fáu arbeidsplássunum. Men nei, javnaðarflokkurin vil heldur stuðla teim ríku í høvuðsstaðnum í føstum almennum størvum.

Javnaðarflokkurin yns-kir, at yvirskotið frá alingi-ni í mest møguligan mun skal gjaldast til ríkastu kommunu í Føroyum, Tórs-

havnar kommunu. Her búg-va umleið 40 prostent av Føroya fólki og tí heilt nát-túrliga flest børn. Her búg-va eisini flest veljarar.

Alingin, sum í mestan mun virkar uttanfy-ri ríkastu kommununa í Føroyum skal nú gjal-da alt barnagarðsgildi hjá javnaðarflokkinum til ríkastu kommununa í Føroyum. Tað er lag-nunnar speisemi, at her situr ein javnaðarmaður sum býráðsformaður vid stórum javnaðarmeiriluta. Álvaratos hetta uppátikna sjálvrættvísið hjá javnaðar-flokkinum gevi eg lítið fyri. Hetta er Javnaðarpolitikkur tá hann er best.

Hví kann hesin pe-ningurin ikki heldur koma

kommununum til góðar, har alingin virkar ? Nei munurin gerst bara enn størri. Stættarmunurin verður størri, bæði tá tað snýr seg um fólk, og ikki minni, tá tað snýr seg um kommunurnar.

PopulismaTórshavnar kommuna er ríkasta kommuna í Før-oyum og ætlar at lækka skattaprosentið, tí peninga-streymurin inn í kommunu-kassan er so stórur. Og hvat ger javnaðarflokkurin? jú henda ríkasta kommunan skal nú eisini fáa henda pe-ningin frá alingini. Alingin sum í allarstørstan mun vir-kar uttanfyri Havnar kom-munu. Hvør skal bløða ? Jú enn einaferð útjaðarin. Við

vælsignilsi frá javnaðar-flokkinum. Ja, hvat ger man ikki fyri at tekkjast veljaru-num í høvuðstaðarøkinum ?

Hvat verður tað næsta ?Hvussu verður, tá alivin-nan ikki longur fer at geva eitt ónátúrligt avkast? Hvør skal tá gjalda gildið hjá javnaðarflokkinum ? Bús-kaparfrøðingur hevur verid frammi og sagt, at ongin sjómannahýra skuldi ve-rid hægri enn kr. 400.000. Vóni ikki, at tað verður næ-sta stigið hjá javnaðarflok-kinum.

Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttur, løgtingslimur

NÚ VIL JAVNAÐARFLOKKURINGERA TE Y RÍKU RÍK ARI

Songkvinnan av Argjum fer at framføra á ársins Sum-mar FestivaliFyri seks árum síðani av-gjørdi Rannvá Álaberg at

fylgja tónleikadreyminum, hon hevði. Hon lærdi seg at spæla gittar og fór á Den Rytmiske Højskole í Vig í Danmark. Komin heimaf-tur fór hon at skriva egnar sangir – yrkingar og løg.

Í fjør gav Rannvá út san-gin Tigandi tøgnin, sum varð nógv spældur. Fyrsti sangurin var ein roynd at fáa sín tónleik út millum

fólk og var ikki ætlaður at verða bindandi fyri henna-ra stíl frameftir.

Á Summar Festivalinum fer Rannvá at framføra egnar sangir, og tónleikurin verður popprockur. Afturat sær hevur hon John Ivar Venned á gittar, Josva De-bes á trummum og Eyðun Johannesen á bass.

- Eg eri sera glað fyri, at

eg havi fingið møguleikan at framføra á Summar Fe-stivalinum, og eg eri ótrúli-ga spent. Eg havi staðið á festivalinum og droymt um at fáa kjansin at spæla, og nú havi eg fingið hann, si-gur Rannvá Álaberg.

Rannvá ætlar at hava ein nýggjan sang í um-ferð áðrenn framførsluna í Klaksvík í august.

R A NN VÁ V ERÐUR V IÐ Á SUMM A R FESTI VA LINUM

Page 9: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 9

Tað er ein av stóru spurning-unum undan einum á pappírinum áhugaverdum umfari.

Jákup Ósá

Seinasta umfar var rættu-liga avgerandi fyri fleiri lið. Tað endaði við, at bæði B36 og Víkingur av álvara spældu seg inn í FM stríðið, meðan serliga HB og AB mistu nógv. Komandi um-far líkist nógv á tann hátt, at næstan allir dystirnir síg-gja spennandi út og kunnu flyta nógv á stigatalvuni. Niðanfyri metir Jákup Ósá, ítróttarskrivari á Norðlý-sinum, um dystirnar í ko-mandi umfarinum í Effo-deildini.

B36-ABB36 er væl fyri í løtuni, tá liðið spælir á heimavølli. Liðið hevur vunnið 5 sigrar á rað í Gundadali og B36 sær í løtuni út sum eitt lið, sum er eitt rættuliga gott boð uppá ein FM vinnara. Liðið hevur latið fæst mál inn og í álopinum eru Lu-kasz Cieslewicz og Hans Pauli Samuelsen í stórfor-mi. AB følir nú avleiðingar-nar av mongu javnleiku-num í ár. Hóast liðið ’’bara’’ hevur tapt tríggjar dystir, so er liðið næstaftast. AB vísti góðar taktir móti KÍ, sum vann ein sera tættan dyst á heimavølli. Leikararnir hjá AB arbeiða hart fyri hvør-jum øðrum, og verjupar-turin tykist væl skipaður. Seinnu árini hevur AB ofta arga tey ’’stóru’’ liðini og tað ætla teir í AB uttan iva eisini hesaferð. Hóast tað er nummar 2 móti nummar 9, so vænti eg ein spennan-di dyst, men B36 tó hevur tað eyka sum skal til og eg vænti, at B36 vinnur. Tip-

ping: 1 (1-0)

EB/Streymur-TBEB/Streymur fekk eina byrjan uppá kappingarárið, har liðið spældi betri enn tey flestu høvdu væntað,

og liðið fekk eisini fleiri javnleikir. Men nú er EB/Streymur aftast í deildi-ni eftir tap í Vági. Tað sær ikki gott út, men vit eru ov tíðliga til at snakka um seinasta útkall. Skal EB/

Streymur yvirliva í ár, so skulu nakrir sigrar til og tað tykist vera á heimavølli, at teir møguleikarnir liggja. TB, sum tykist vera rættuli-ga støðugt í sínum góðu av-rikum, er uttan leikbannaða

málverjan Ivan Stojkovic og spurningurin er, um tað kann ávirka liðið. TB hevur spælt fimm av átta dystum javnt, og samstundis hevur EB/Streymur spælt tveir av trimum dystum javnar á

heimavølli. Tí vænti eg ein javnleik við Margáir. Tip-ping: X (1-1)

ÍF-FC Suðuroy ÍF hevur Bartal Eliasen og Adeshina Lawal tøkar af-

9. UMFAR: GER KÍ NAK AÐ VIÐ ODDALIÐIÐ?

Page 10: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 201510

tur eftir leikbann seinast. Tað fer at gera mun hjá fuglfirðingum, sum í lands-kappingini ikki hava tapt í 4 dystum, men sum helst eru sera vónbrotnir um ikki at vinna móti undirman-naða TB liðnum seinast. FC Suðuroy hevur ment seg gjøgnum kappingina og vinnur nú sínar dystir á heimavølli móti kappingar-neytunum í botnstríðnum. Spurningurin er so, um liðið fer at taka síni góðu avrik við til útidystirnar, har liðið hevur lagt rygg til fleiri stórtap fyrr í ár. FC Suðuroy kemur helst til dystin við einum verjuken-dum útgangsstøðið, men ÍF hevur álopskendar leikarar til at lata upp fyri slíkum. Eg vænti, at FC Suðuroy gevur mótstøðu, men at tað ikki verður nokk. Tipping: 1 (3-1)

HB-VíkingurEin lyklauppgerð í Gund-adali millum tvey av ster-kastu liðunum í deildini. HB er dottið nakað afturum í toppstríðnum og kann ikki tapa hendan dystin, um FM vónin skal varðveitast. HB saknar ein álopsleikara, nú bæði Arnbjørn T. Han-sen og Andrew av Fløtum eru skaddir. Tað tykist sum HB hevur trupulleikar og liðið hevur eisini einans tríggjar sigrar higartil í ár, ið eru komnir móti EB/Streymi, FC Suðuroy og KÍ. Víkingur hevur ongan dyst tapt enn og sunnudag-in spældi liðið seg av álva-ra inn aftur í FM stríðið, tí nú eru einans 4 stig upp til fremsta liðið. Tað ty-kist sum Víkingur hevur viðgongd og í Gundadali hevur liðið ikki ov stóra virðing fyri mótstøðulið-num, sum fleiri onnur lið ofta hava. Eg eri í iva, um eg skal seta ein javnleik ella ein útisigur. Eg velji ein sigur til Víking, tí leikarar-nir hjá teimum tykjast hava størri sálarligt ’’yvirskot’’ í løtuni. Tipping: 2 (1-2)

NSÍ-KÍDystur millum nummar 1 og 5, har oddaliðið NSÍ nú byrjar at merkja trýstið aftanfyri á stigatalvuni, tí missur liðið stig hesaferð, so fer B36 helst framum. NSÍ hevur á heimavølli fult stigatal í 5 dystum. Sigurin á HB vísti eisini, at liðið í øllum førum á heimavølli er ført fyri at vinna móti sterkari mótstøðu. KÍ hevur helst fingið sjálvsálit við tveimum sigrum á rað, sum báðir eru komnir í Klaks-vík. NSÍ var uttan Jens Jo-ensen, Árna Frederiksberg og Pól Jóhannus Justinus-

sen seinast, men Pól Jóhan-nus verður í øllum førum við aftur og runavíkingar fara helst at gera nógv fyri at fáa Árna kláran eisini. Hjá KÍ er eisini ivamál um fleiri leikarar, har Kenan Hajdarevic fór út við skaða seinast og har Heðin á La-kjuni hevur sitið uttanfyri í fleiri vikur. Dystirnir mil-lum hesi bæði liðini plaga at vera rættuliga tættir og tað verður hesin mest sann-líkt eisini. Tað koma helst eisini nógv mál, tí bæði liðini hava góðar álopsken-dar leikarar, meðan KÍ ver-juparturin ikki tykist eins sterkur á útivølli sum á he-imavølli. Eg havi NSÍ sum ein lítlan favoritt, og tað skyldast bæði heimavølli-num og stigatalvuni, men á einum góðum degi kann KÍ taka alt við Løkin. Tipping: 1 (3-2)

Page 11: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 11

St. Kilda eftir Tom SteelTýtt úr enskum og skrivað hevur Alex Sólstein

Nú so nógv verður tosað um at fólkið flytur úr Føroy-um og úr smær-ri samfeløgum og oyggjasam-feløgum, fara vit at prenta brot úr størri frásøgn um oyggjaból-kin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin hevur verið fastbúg-vandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.

Áðrenn fólkið 27. august 1930 flutti, var St. Kilda fja-rasta bygda økið í bretska kongsvaldinum. Soleiðis hevði støðan verið í mei-ra enn túsund ár. Feudala samfelagsskipanin var ve-randi í Skotlandi mong ár eftir, at henda skipanin var avtikin aðrastaðni í Bret-landi. Keltarnir, sum búðu í norðastu og mest fjarskotnu pørtunum av bretska oyg-gjaríkinum, hugsaðu lítið um tað, sum Anglo-Saksar-nir, sum stýrdu bretska ríkinum, høvdust at. Tí fingu keltarnir loyvi til at liva soleiðis, sum teir altíð høvdu livað. Mesti parturin av Norðurskotlandi varð illa hagreiddur eftir 1745, tá Jákupsmenninir gjørdu uppreistur, men fjarskotnu støðini í Skotlandi og í ves-turoyggjunum hildu fram at liva sum áður.

Fedraveldisskipanin var

grundarlagið undir sam-felagsskipanini í geliska økinum. Góðseigarin, sum átti lendið, ráddi eisini yvir teimum menniskjum, sum livdu á lendinum. So leingi góðseigarin fór fram sum ein góður og vísur faðir, og “kroftararnir” (leigu-lendingarnir), sum búðu á hansara landøki, vóru líðin børn, virkaði feudalisman eins væl og vanliga nýt-tu samfelagsskipaninar. Hóast teir atfinningarsomu sunnanfyri mettu feudalis-muna hjá keltunum at vera primitiva, so hevði hon vir-kað væl í fleiri hundrað ár. Dr. Fraser skrivar í West Highland Survey, at kelti-ska samfelagssskipanin er “dømi um eina mentan, væl lagað til eitt umráði, sum setir strangar avmarkingar fyri tilveruna”.

Fólkið á fjarskotnu oynni Hirta var alla tilveruna li-mur í hesi skipan. Til fól-kið flutti í 1930, var tað so, at eigarin av oyggjunum, MacLeod of MacLeod, ikki bert átti St Kilda, men ráddi yvir tess íbúgvum. Hann var faðir teirra eins og teirra ognarmaður, og soleiðis møtti hann heima sum úti størstu virðing og

álit. “Lordurin er teirra gu-dur og teirra alt, um hann er ein maður, sum stendur við sítt orð og er virðiligur,” skrivaði Lord Murray of Broughton í eini frágreiðing um The Highland, sum hann í 1746 skrivaði til stýrið í London. Skyldan hjá lordinum var at verja sína klan (ættarfólk), taka góðar og óvildar avgerðir í sambandi við trupulleikar, sum kundu standast mil-lum fólkið, og fram um alt halda ognina í sovorðnum standi, at fólkið kundi liva og trívast á henni. Afturfy-ri skuldu kroftararnir veita honum tænastur og stríðast fyri hvørji søk, góðseigarin helt vera neyðuga, og geva honum alt tað, sum hann kravdi av framleiðsluni frá kroftini.

Hóast geliska orðið “clannk” merkir “børn”, so var skipanini ikki bundin av at fólkini, sum arbeid-du á ognini, vóru av somu ætt ella høvdu sama navnið, sum eigarmaðurin. Á St. Kilda var eingin, sum var í ætt við MacLeod of Ma-cLeod. Tær fáu familjur-nar, sum høvdu eftirnavnið MacLeod vóru sum hinar familjurnar – tey vóru ef-tirkomarar av fátæka par-

tinum av ætt høvdingans – og høvdu verið eggjað til at átaka sær kroftirnar á St. Kilda. Ættarband var ikki so avgerandi í samband við klanskipanina í víðari mer-king. Tað, sum bant saman, var ósvikaligur loyalitetur mótvegis eigarrmanni-num, hvørs land tey høvdu í varðveitslu, og ein sínamil-lum semja millum hann og fólk hansara.

Mac Leod of Macleod, høvdingur fyri klanina Ma-cLeod, átti St. Kilda størsta partin av tíðini, sum fólk búðu har. Hví ella hvussu leingi er ikki møguligt at svara. Tað sigst, at bæði Harris og Uist skulu hava átt St. Kilda. Ja, sjálvt í gamlari tíð var hesin oyg-gjabólkur mettur at vera ein gimsteinur í Atlants-havinum, sum ein og hvør lordur var errin av at eiga.

Ein kappróður varð hil-din at avgera ognarviður-skiftini. Tveir bátar vórðu mannaðir við eins nógvum monnum at rógva út til oyg-gjarnar. Tað var avgjørt, áðrenn teir løgdu frá lan-di, at tann, sum fyrst legði hondina á oynna Hirta, skuldi krevja ognarrættin til hennara fyri høvding sín. Bátarnir lógu stavn um

stavn, og tá teir komu inn ímóti, vóru menninir frá Uist skutin fremri. Colla MacLeod, stavnamaðurin á bátinum frá Harris, set-ti øksina á høgru hond og tveitti hana í land í eini sei-nastu roynd at vinna oynna fyri harra sín. Tað var ikki til fánýtis, at hann misti hondina, tí St Kilda varð vunnin fyri MacLeod of MacLeod. Hetta dirvi, sum summi vilja kalla tað, gjør-di, at tann blóðiga hondin er fyri eftirtíðina sett at síg-gjast í vápaskjøldrinum hjá klaninum MacLeod.

MacLeod of Macleod var ein oyggjadrottur við einum oyggjaríki. Tí var hann kanska ikki so blandaður upp í stríðið á fastlandinum millum klanirnar Campell og McDonald. Men nógvir MacLeod-menn vóru við í kenda stríðnum við Cullo-don, tætt sunnan fyri Inver-ness; hetta gjørdu teir ímóti vilja harra sínum, sum ikki helt so nógv um the Jaco-bites, ella Jákupsmenninar, sum stríddust fyri Bonnie Prince Charles.

Eftir Culloden var tað ætlanin hjá Hannoverana-runum (enska kongsættin) at beina fyri keltiska livi-háttinum. “Í Skotlandi mei-

ra enn nakra aðrastaðni” skrivaði Grant, “var í reinu feudalskipanina komin ein flógvari hiti í sambandið millum gomlu ættarbondi-ni ella familjuna”, og stýrið í London ætlaði at fáa ein enda á hesi vandamiklu klanskipanini og feudalis-muni. Lógin um avtøku av vápnum varð endurnýggjað og týdningarmiklar greinar settar afturat. At ganga í “Highland dress” og nýta tartan varð bannað. Hetta forboð helt í 35 ár og gjørdi óbótaligan skaða á men-tanina. Í 1747 varð lógin um avtøku av arvaligum yvirrætti viðtikin, og hon tók burtur lógliga ræðið hjá góðseigarunum. Eftir Culloden fullu nógv góðs í Hálandinum í órøkt. Si-gursharrarnir hevndu seg ikki inn á Laird of Dun-vegan. Hann hevði hildið seg uttan fyri stríðið, og so lá hansara góðs so fjart og sundurpettað. MacLeod of MacLeod slapp at eiga sítt góðs og patriaskalska re-glan frá Dunvegan slapp at halda fram væl inn í nítjan-du øld

Fíggjarliga skipanin, sum góðseigarin nýtti yvir fyri sínum fólki, var býtishan-dil. Hvørt ár kom umboðs-

FEDRAVELDISSKIPAN7. partur St Kilda

Goymsluhúsið til fjøður og ull niðri við strondina

Page 12: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 201512

maður fyri eigaran út til St. Kilda at krevja úrtøkuna, sum fall í húsbóndans part. Ofta var “skattakrevjarin”, sum tey nevndu hann, í familju við góðseigaran. Hann hevði eina langleigu-skipan frá eigaranum fyri eina upphædd, ella fekk part av tí, sum oyggin gav, sum løn fyri at gera hesa serligu tænastu.

Tá Martin Martin vitjaði St. Kilda í 1697 var hann saman við umboðsman-ninum hjá MacLeod of MacLeod. Meðan teir vóru har saman við “skat-tmeistaranum” og hansara fylgi, sum ofta kundi telja upp í 40 ella 50, var tað oyggjarfólkið, sum helt tey við kost og býli. Hann plagdi at fara eina ferð um árið á sumri og steðga ei-nar tvær ella tríggjar vikur. Gamla geliska gestablídni yvir fyri góðseigaranum og fólkunum, sum hoyrdu til hansara húsarhald, kal-laðist “cuddiche”, og varð hildið í hevd á St. Kilda le-ingi eftir, at hetta varð hor-við aðrastaðni. “Cuddiche” líktist teim rættindum, sum miðaldar Tudor monarkar-nir í Onglandi høvdu krav uppá, tá teir ferðaðust í lan-dinum.

Tá støðgurin á St. Kilda var av, tók umboðsmaðurin ella skattkrevjarin aftur við sær til Skye: lýsi og fjarðar av sjófugli og tað ofta lítla, sum eftir var av grøðini. Hetta varð antin selt leigulendingum á góð-sinum ella sent suðureftir á onkran marknað. Partur av ágóðanum av søluni var nýttur sum gjald fyri leigu av St. Kilda, annar partur

var vinningur. Men hann mátti halda sína avtalu við oyggjabúgvararnar. Ein partur av framleiðsluni av oynni varð nýttur at keypa og at útvega sovorðið sum salt og sáðkorn. Týdningar-mikið ískoyti, sum oyggin ikki kundi útvega, varð vanliga flutt út á St. Kilda summarið eftir, ella seinni sama árið, um fólkið var í uppisetri fyri vøruna.

Henda skipan helt á í øl-dir uttan trupulleikar. Tað, sum kom av oynni Hirta, var eftirspurt á “main-land”, so oyggin var innt-øka fyri bæði skattkrevjara og eigara. Sambært Lord Brougham 1799, so rindaði skattkrevjarin MacLeod of Macleod 20£ um árið og roknaði við at fáa tað du-pulta í sín part. Men býtis-handilin var til fyrimuns fyri fólkið á Hirta. Eingin kundi krevja, at oyggjabúg-varnir fingu veruligan marknaðarprís fyri teirra vøru, men samstundis var ikki neyðugt hjá teimum at hava ampa av at finna fram til, hvar tey kundu sleppa av við vøruna ella ikki. (Samanber skipanina við monopolhandlin í Før-oyum). Hóast vánalig ár, so var tað ongantíð so, at tey ikki fingu tað, sum størsti tørvur var á. Komu tey at skylda eitt ár, so kundi tað bøtast aftur eitt annað.

Ein oyggjabúgvi, nevn-dur “ground officer”, varð tilnevndur av eigaranum at vera talsmaður fyri íbúgva-rarnar, um ósemjur skuldu komið fyri við uppsitaran, “the steward”. Var ósemjan stór, var tað skyldan hjá talsmanninum at møta hjá

sjálvum MacLeod of Ma-cLeod og bera fram fyri hann, hvør ósemjan var. “Hann er sera eyðmjúkur hesin oyggjabúgvin,” skri-var Martin Martin, “og tekur húgvuna av, longu langt áðrenn hann nærkast MacLeod, og hann bendir høvur og hond næstan til jarðar, meðan fylgisvei-nar hansara (bátsmenninir, sum hava rógvið hann av St. Kilda) gera eins og hann aftanfyri.” Síðani sat Ma-cLeod og lurtaði stillisliga eftir klagunum og gjørdi sína niðurstøðu. Men tað komu sera fáar klagur gjøg-num tíðirnar um viðurskift-ini á St. Kilda.

Tað var sjáldan, at góð-seigarin ikki megnaði at finna loysnir og útinna tað, sum mett var at vera hansara moralska skylda móti sínum fólki. Seinasta fjórðingin av átjandu øld fekk MacLeod of MacLeod eina tíð ongar pengar bur-tur úr sínari ogn. “Hetta góðsið” skrivar Knox í Tour Through the High-lands of Scotland and the Hebride Isles, sum varð útgivið 1787, “er nógv min-kað seinastu árini vegna skuld, og nógv má verða útsett. Men hóast hesar umstøður, so hevur góð-seigarin ikki kravt avdrøg, sett nakran leigulending frá kroftini ella farið harðliga við nøkrum manni, men he-vur á allan hátt víst seg sum ein liberalan og menniskju-ligan vin av mannaættini. Í 1780 læt góðseigarin byg-gja nýggjan bát til St. Kil-da, og hóast stórt avgjald var á salti hesa tíðina og næstan ikki at fáa hendur á

nógva staðni í Hálandinum, so fingu tey á St. Kilda ríki-liga sín part”.

Men viðurskiftini á “mainland” broyttist nógv, og MacLeod of MacLeod kendi ógvusliga sviðan av hesi broyting og varð noyd-dur at selja stóran part av ognini. Skattakrevjarar fyri lordin fóru í søguna, og tað, sum eftir var av góðsinum hjá høvdinginum fyri kla-nina MacLeod, varð síða-ni stýrt av faktorinum av Dunvegan. St. Kilda var tó verandi og varðveitti sítt serliga pláss í søguni hjá MacLeod familjuni og varð ikki seld.

Seinasti faktorin var John Mackenzie of Dun-vegan; hann var ein dám-ligur maður og helt nógv av St. Kilda og fólkinum har. Eina ferð um árið var ta skyldan hjá Mackenzie at fara út á Hirta eftir av-gjaldi til eigaran. Hann var sera avhildin av oyggjabúg-vunum, tá hann kom, altíð klæddur í longum tweed-frakka og sjáldan uttan veiðumanshatt. Mesta av tíðini plagdi hann at sita og práta við fólkini og hoyra um teirra trupulleikar og royna sum frægast at loysa hesar, meðan hann var á staðnum. Var tað ikki gjør-ligt, so vildi hann royna, tá hann var afturkomin til Dunvegan. Fyri íbúgvarar-nar á St. Kilda, var hann boðberin; hann var teirra samband við umheimin.

Eitt av arbeiðinum á vitja-nini var at ansa eftir los-singini av teim vørum, sum hann hevði við sær um borð á Robert Hadden. Hetta ar-

beiði tóku kvinnurnar sær vanliga av, meðan menni-nir hugdu at og ansaðu ef-tir. Eitt tað virðismiklasta, hann hevði við sær, var ein tunna av petroleum, sum var ein gáva til oyggjarfól-kið.

Framferðin, tá árliga gjaldið skuldi latast, var tann sama hvørt ár. Íbúg-vararnir plagdu at møtast niðri við goymsluhúsið niðri við strondina, og tá faktorin hevði sýnað vøru-na, so byrjaði býtishandilin. Báðir royndu at fáa ein so sámiligan prís, sum gjørligt – tíverri gjørdist hann so við og við minni og minni góður fyri oyggjarfólkið. Í 20. øld gjørdist avgjal-dið næstan bert symbolskt. Seinastu trettan árini áttu íbúgvararnir ikki so mikið, at teir kundu gjalda fyri leiguna av teirra kroft. Í Mackenziesa tíð var tweed tað einasta, sum hevði virði á oynni, kanska nøkur fá skippund av saltaðari longu og eitt lamb ella tvey. Endin av hesum “hátiðarhaldi-num” við avgjaldi, tey sein-nu árini, var, at Mackenzie bjóðaði bomm í staðin fyri sum fyrr, tá tað plagdi at enda við Highland Whi-skey. Íbúgvararnir hildu ongantíð roknskap við, hvat teir lótu faktorinum: álitið var í hásæti.

Men tá peningur rættili-ga kom í brúk í Hálandi-num, so høvdu teir størri ávirkan og vóru verri enn tann hevnisótt, sum kom eftir tapið við Cullodon, og oyddi peningur mei-ra av tí siðbundna geliska samfelagnum. “Crofting”, sum var tann vanligigasti

livihátturin í Hálandinum, loysti seg als ikki fíggjar-liga. Ídnaðarkollveltingin við pengum fyri arbeiði dró eina rúgvu av fólki úr landinum. Nú bar ikki til at gjalda við vinsælu, og býtishandil var ikki rele-vantur longur. Pengar vóru neyðugir at keypa mat og annað tilfar og fyri at halda uppi lívinum á oynni og at gjalda fyri flutning av vøru; hetta var viðvirkandi til at geva gomlu samfelagsski-panini mønustingin. Fólkið á St. Kilda varð noytt til at góðtaka broytingina eins og aðrir keltar, ella at fara í gloymskuna og týnast.

Í øldir høvdu fólk á Hir-ta skipað teirra livihátt, so sum hann best hóskaði te-irra einsemis støðu. “Tey liva sum í einum lýðveldi,” skrivaði George Arkinson í 1831, “tí hóast tey eru un-dir bretsku trónuni, so hava tey ongan almennan persón millum sín; og eftirsum tey bert fáa vitjan tvær ferðir um árið í nakrar fáa da-gar av skattkrevjara, sum tey nevna sum eitt slag av dómara ella semingsmann í trætumálum, so er teirra vitan um lógir og skipanir sera lítil og eisini av sera lítlum týdningi fyri teirra framferð og fíggjarviður-skifti.”

Framhald í næsta blað

Lord McLeod of McLeod

Dunvegan Castle, í 700 ár heimið hjá

clan MacLeod

Page 13: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 13

KLAKSVÍK12.-14. MAI 2015

WWW.FAIR.FO

FYRILESTRAR Á ATLANTIC FAIRTÝSDAGIN 12. MAI KL. 13:00

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum

MIKUDAGIN 13. MAI KL. 11:00

Frálandavinna í Føroyum, útlit og menningarmøguleikarJens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore

TÝSDAGIN 12. MAI KL. 14:00

Mitt í maritima mekkaTróndur Djurhuus, stjóri og rithøvundur

MIKUDAGIN 13. MAI KL. 13:00

Vinnan í Føroyum er kappingarførMourtiz Mohr, stjóri í MEST

TÝSDAGIN 12. MAI KL. 15:00

Vátir dreymar, turrir brunnar – men stórir møguleikarSjúrður Skaale, formaður í Arktiska bólkinum í Fólkatinginum

MIKUDAGIN 13. MAI KL. 13:00

Umbyggingin av EnnibergSunvard Joensen, Tekni- og verk ætlanarstovuleiðari hjá MEST

HÓSDAGIN 14. MAI KL. 11:00

Stuðulsmøguleikar til menning og nýskapan í Horizon 2020Maria Húsgarð, Samskipari, Granskingarráðið

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum. Allir fyrilestrarnir eru á føroyskum og verða í fyrilestrahølunum í høll D.

Page 14: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 201514

Page 15: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 15

Page 16: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 201516

Page 17: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 17

Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com

GÓÐSKULEIÐARI TIL HAVSBRÚN

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru framleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðug vøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og hevur felagið sløk 700 fulltíðarstarvsfólk.

Havsbrún er altjóða viðurkent virkið. Tað eru 2

fram leiðsludeildir á Havsbrún - Mjøldeildin, ið

fram leiðir fiskamjøl og lýsi, og Fóðurdeildin, ið

framleiðir fóður til laks. Góðskuleiðarin hevur

ábyrgdina av innaneftirlitinum hjá Havsbrún og

arbeiðir í tøttum samstarvi við deildarleiðarar á

Mjøl- og Fóðurdeildini.

Arbeiðsøki

Sum góðskuleiðari skalt tú tryggja, at Havsbrún

lýkur øll uttanhýsis og innanhýsis krøv í mun til

lóggávu-, kunda- og standardkrøv á økinum. Tú skalt

eisini tryggja, at verandi mannagongdir á innan-

eftirlits økinum verða optimeraðar og mentar,

umframt at fremja eftirlit, skoðanir og eftirmetingar.

Umframt menning og optimering á innaneftirlits-

økinum í mun til føroyska lóggávu, skalt tú sum

góðskuleiðari luttaka í menning av verandi og

komandi certificeringum hjá Havsbrún. Góðsku-

leiðarin hevur sjálvstøðuga ábyrgd á økinum og

skal tryggja neyðuga framgongd á økinum gjøgnum

gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis.

Ein partur av starvinum eru verkætlanir, sum

eru tengdar at innaneftirlitsøkinum saman við

ráðgeving í mun til deildarleiðarar og onnur

starvsfólk. Arbeiðs staðurin er á Havsbrún í

Fuglafirði.

Góðskuleiðarin hevur tilvísing til deildarleiðaran á

Góðskudeildini og verður partur av Góðsku deildini

í Bakkafrost samtakinum, har lívfrøðingur, fiska-

heilsu lívfrøðingar, framleiðsluverkfrøðingur,

góðsku leiðar ar og eftirlitsfólk starvast. Góðsku-

deildin varðar av góðsku, umhvørvi og trygd, og

samstarvar breitt tvørtur um deildarmørk í Bakka-

frost samtakinum.

Tín vangamynd

Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og tað er

ein fyrimunur, at tú hevur royndir at arbeiða við

altjóða góðkenningum. Sum persónur hevur tú góð

samstarvsevni og megnar bæði at arbeiða sjálv-

støðugt og í toymum. Tú hevur positivan hugburð

til uppgávurnar og leggur stóran dent á at

samantvinna ástøði og praktiska veruleikan.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við

stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í

eini dynamisk ari fyritøku. Vit leggja dent á at hava

eitt gott arbeiðs umhvørvi, og kunnu bjóða tær

góðar starvsfólka tryggingar.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.

Meira at vita

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú

vælkomin til at seta teg í samband við Annu

Johansen, deildarleiðara á Góðskudeildini, á tel.

23 50 20 ella við t-brævi til [email protected].

Umsókn

Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi

skjølum verður send til [email protected].

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 15. mai 2015.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

STARVSFÓLK

sansir.fo

Page 18: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 201518

S TA R V S L Ý S I N G

LEIÐARI FYRI REINGERÐARTOYMIÐ

Klaksvíkar kommuna I Nólsoyar Páls gøta 32 I Postboks 2 I 710 KlaksvíkTlf. 41 00 00 I [email protected] I www.klaksvik.fo

Klaksvíkar býráð hevur samtykt at skipa reingerðingina av bygningunum í eitt toymi, sum í hesum umfari verður sett í gildi fyri trivnaðarøkið, og verður søkt eftir leiðara fyri toymið, í fyrstu syftu 20 tímar um vikuna.

Ætlanin er at samskipa reingerðingina hjá kommununi og at seta ein leiðara, við áhuga og førleikum innan økið, at skipa arbeiði og starvsfólk, at dagføra reingerðarætlanir og at samskifta bæði inneftir og úteftir vegna starvsfólkini – og harvið at styrkja reingerðingina av bygningunum hjá kommununi.

HØVUÐSUPPGÁVUR:• at hava dagligu leiðsluna av starvsfólkunum í reingerðartoyminum• at hava fíggjarliga ábyrgd av játtanunum til reingerðingina• at skipa reingerðingina, herundir at gera og dagføra reingerðarætlanir

ARBEIÐSUPPGÁVUR ANNARS:• at hava ábyrgd av reingerðingini á trivnaðarøkinum; seinni av fleiri bygningum• at tryggja, at dagliga reingerðingin verður gjørd samsvarandi

reingerðarætlanum• at skipa fyri, at høvuðsreingerð verður gjørd samsvarandi reingarðarætlanum• at vegleiða starvsfólk og skipa fyri neyðugari upplæring eftir tørvi• at samskifta inneftir við starvsfólk um teirra uppgávur, umstøður og tørv• at umboða økið úteftir yvir fyri avvarðandi leiðslum og myndugleikum

ÚTBÚGVING/ROYNDIR:• hóskandi arbeiðsroyndir• vitan og áhuga innan reingerð, herundir møgulig skeið • góð samstarvsevnir og samstundis myndugleika

AÐRIR FØRLEIKAR/EGINLEIKAR:• duga at umgangast og leiða onnur• hava lætt við at samskifta• hava gott yvirlit• hava lætt við at taka avgerðir• kunna arbeiða sjálvstøðugt• vera framsøkin• vera fleksibul

SETANARVIÐURSKIFTI:• lønar og setanarviðurskifti sambært sáttmálan við Kl. Arbeiðskvinnufelag• arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna, svarandi til 4 tímar um dagin• arbeiðsstaðurin er Miðlan í býráðshúsinum• tilvísing til starvsfólkaleiðara kommununnar

MEIR FÆST AT VITA við at venda sær til Annu Mariu Joensen, starvsfólkaleiðara, á telefon 41 00 00.

UMSÓKN, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu vera Klaksvíkar Kommunu, Postboks 2, 700 Klaksvík, í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. mai 2015 kl. 12.

Page 19: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 19

Page 20: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 201520

Page 21: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 21

Page 22: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 201522

Page 23: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 23

Page 24: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 201524

Page 25: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 25

Page 26: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 201526

Page 27: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 27

gentur dreingir

vaksinharrar

damur

299,-

599,-650,-

89,-

500,-

Stangavegur 14 700 Klaksvík Tel. 455057Hjá Skós

LÆTTIRSKÓGVAR TIL ALLA

FAMILJUNA

TUNNILSDAGINOPIÐ TILKL. 20.00

160,-

160,-

475,-

315,-339,-599,-

368,-

339,-

stødd36-46

stødd28-35

Page 28: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 201528

Z-sport í Klaksvík og á Tvøroyri broyta nú navn til ”SPORT 24”.

Í hesum sambandi fara vit at tæna øllum okkara við-skiftafólkum kring landið enn betur, sigur Hans Pauli Ziska Jacobsen, stjóri.

SPORT 24 ketan er nýg-gjsta ketan inni ítróttar-handlar, hon byrjaði í 2005 og eru í dag 20 handlar knýttir at ketuni, og alsamt fleiri leggjast afturat.

Við at skifta til SPORT 24 fáa vit betri atgongd til allar tær vørur ið vit ynskja at hava í handlinum, um-framt at vøran nú verður seld fyri danskan prís, og tað er veruliga nakað kun-darnir longu hava lagt til merkis, og tað fegnast vit um.

Marknaðarføring:Vit ætla at gera nógv bur-turúr marknaðarføring, vit fara at gera brúk av te-imun donsku bløðunum ið SPORT 24 sendir runt í Danmark, bløðini koma tó bert at liggja á netinum.

Vit fara at gera eitt sindur burturúr biograf lýsingum og tann fyrsta lýsingin verður at síggja í Atlantis í Klaksvík heilt skjótt.

NethandilSPORT 24 í Danmark, he-vur í dag ein vælvirkandi nethandil, við yvir 10.000 ymiskum vørum, og ætla-nin er at føroysku kundar-nir eisini skula fáa gleði av hesum sama nethandli.

Nethandilin verður eitt samstarv við SPORT 24 í Danmark og tí verður net-handilin ikki sum vit an-nars kenna nethandlar í dag, har vøran verður send heim

til kundan innan fáar da-gar, men vit ynskja heldur at bjóða øllum eitt stórt og gott vøruúrval, og tí verður vøran send til okkum úr Danmark, og kundin má so heinta vøruna í handlinum, í Klaksvík ella á Tvøroyri. Kundin skal onki hugsa um frakt, toll ella MVG, heldur ikki um virðið er omanfyri 300 kr.

Akkurát nær nethandilin kemur at virkað, eru IT fól-kini hjá SPORT 24, við at finna útav fyri okkum.

SPORT 24 VIP KlubSum nakað nýtt, fara við-skiftafólk okkara eisini at kunna melda seg í VIP klubban hjá SPORT 24, VIP klubburin gevur nóg-var fyrimunir, nakrir teirra eru:

Teldupost við tilboðum, ið einans limir í VIP klub-banum fáa.

Avsláttar skipan, har ein kann fáa heilt uppí 12% en-durgoldið, sum gávukort,

einaferð um árið.VIP limaskapurin kann

eisini brúkast í handlum í Danmark.

Nær VIP klubburin verður virkin er enn ógreitt.

Gávukort og umbýtingGávukort keypt í SPORT 24 í Klaksvík ella á Tvøroy-ri, kunna nú nýtast í øllum SPORT 24 handlum, eisini

í Danmark, eins og allar vørur keyptar í SPORT 24 kunna umbýtast í øllum SPORT 24 handlum, um-býtingartíðin er nú heili 30 dagar.

Mikudagin 29. apríl lata vit upp, undir heitinum SPORT 24Nógv góð tilboð verða, sí lýsing aðrastanis í blaðnum

-størri úrval og bíligari vørur

Page 29: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 29

Heili 10 solistar og bólkar fara at framføra í Samljóð í Skopun 2. mai kl 18.00Tiltakið endar kl. 22.00 so fólk aðrastaðani frá, sleppa av oynni afur.

Sangkrefturnar som koma til oynna at syngja eru:

Jens Lisberg, Heini Lut-zen, Martin Joensen, Atlino og Blátt Gras

Tær lokalu sangkr-efturnar eru: Sandoyar Manskór, Fríðbjørg Jensen, Fríðgerð Kjærbo, Gerhard og Sámal Hanne Lognberg.

Ókeypis kaffi/te og smá-køkur verður at fáa.

Konsertin verður í tvei-

mun, soleiðis at lutaseðla-søla verður í steðginum. Eisini verður greitt frá hjál-pararbeiðinum í Moldova.

Peningurin sum kemur inn í atgongumerki verður

latin sum óskerd gáva til “Neyðhjálparbussin”. 200 kr fyri hvønn áhoyrara, børn undir 14 ár ókeypis. Sama er galdandi fyri luta-seðlasøluni, tí vinningarnir

eru latnir sum stuðul.“Neyðhjálparbussurin”

arbeiðir við at seta á stovn eitt føroyskt fíggjað heim í eini bygd í Moldova har ung skúlabørn kunnu koma

3 ferðir um vikuna, á veg heim úr skúla, at fáa sær eina góða máltíð, stuðul til skúlaheimaarbeiðið og fáa heit klæðir. Alt fíggjað av føroyingum.

Tey frá “Neyðhjálpar-bussinum” hava stuðla ei-num slíkum “Suppikøki” við sera góðum royndum í Moldova, sum er so nógv tað fátækasta og einasta U-land í Evropa.

“Neyðhjálparbussurin” hevur sett sær fyri, at hen-dan hjálpin til børnini skal vera varandi og tískil verður savnað inn so at ver-kætlanin er fíggjað í heili 2 ár, áðrenn byrjað verður.

Tiltakið ”Ein tíma um árið”, sum Synergi við Ásu og Anniku skipa fyri, he-vur somuleiðis til endamáls at fíggja verkætlanini. Til ber at stuðla tí átakinum við at keypa supputallerkar umvegis Facebook síðu te-irra og við teirra hjálp vóna vit at røkka málinum.

Elisabeth Leo samskipar tiltakið í Skopun.

4 av 10 brots-spørkum í Effodeildini higartil í ár eru dømd móti KÍ.Jákup Ósá

Fyrstu 8 umførini eru 10 brotsspørk dømd í Effo-deildini. HB hevur fingið tey flestu, meðan KÍ hevur fingið tey flestu ímóti sær.

Fingið brotsspark:3: HB2: KÍ1: AB, EB/Streymur, ÍF, Víkingur og B36

Brotsspark ímóti:4: KÍ2: EB/Streymur og FC

Suðuroy1: AB og Víkingur

DØ MA FLEST BROTSSPØ RK MÓTI KÍ

STØ RSTA TILTA K NA K R A NTÍÐSTUÐULSKONSERT Í SKOPUN 2. M A I

Page 30: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 201530

Tað var myndin, sum Viberg Sørensen teknaði av fiskivinnuni, nú bert eitt havgangandi skip er eftir á Tvøroyri og sera lítil útróður er.

L JÓSASTAKIN VERÐUR FLUT TUR

Page 31: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 31

Norðlýsið var á Tvøroy-ri um vikuskiftið, og har hittu vit Viberg Sørensen, sum vera man niðri á ka-juni, har hann hugdi eftir báti sínum.

Í dag spurdi eg Viberg um fiskiskapin eftir botnfiski. Nei, sigu hann, útróðurin er sera lítil. Nakrir hava plastbátar, men flestu te-

irra eru í aðrari vinnu og rógva so út, tá teir eru he-ima. Eitt nú egning uppi á landi er næstan ikki til. Flestu smábátarnir royna við snellu, og so eru tað teir, ið nýta trakt til eg-ningina.

Vit hava bert eitt hav-gangandi skip eftir her, og tað er Suðuroyingur.

Men fólk fæst við annað, og eg haldi at fólkið he-vur tað líka gott sum fyrr. Ikki at siga tær, segði Vi-berg Sørensen, tá man el-dist, so heldur man ofta at broytingarnar eru av tí ónda, men tað er als ikki altíð galdandi. Ljósastakin verður bara fluttur, nakað av tí gamla fer og nýtt ke-mur í staðin og oftast er tað

nýggja líka gott og betri enn tað gamla.

Eg bar upp á mál við Vi-berg Sørensen, at onkur tvøramaður, sum eg hitti á túrinum har suðuri segði seg ikki vera so væl nøgdan við pelagiska virkið har, tí arbeiðistíðin var long, 12 tímar um dagin, og haraft-urat hevði virkið bert verið

aktivt helvtina av árinum.

Jamen, segði Viberg, tað kanst tú kanska siga, men hetta virkið hevur enn bert virka eina sesong, so tað er alt ov tíðliga at døma virkið. Helst eru tímarnir komnir væl við hjá onkrum. Ætla-nin var eisini at virkið sku-di verið fari í gongd aftur, men svartkjafturin við før-

oyar hevur verið ógvuliga smáur í ár og harafturat he-vur laksavinnan gingið so væl og tørvurin á fóðuri til laksin hevur verið somikið stórur at tað hevur loyst seg líka væl at lata svartkjaftin til mjøl, segði altso Viberg Sørensen í stuttari viðtalu ídag.

Page 32: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 201532

L E I Ð A R I N

ÁRSFUNDURhjá KvinnufelagaSamskipan Føroya verður

hjá Kongshavnar Kvinnufelag í hølum felagsins á,Glyvravegi 4, Glyvrar, leygardagin tann 30. mai 2015.

Fundarskrá verður sambært lógum felagsins.

Uppskot til viðgerðar á fundinum skulu sendast tilKSF, [email protected]

í seinasta lagi 23. mai 2015.

Fundurin verður settur kl. 13.00.

Tær, ið ætla at luttaka, skulu siga frá í seinasta lagi26. mai hjá Fríðbjørg Weihe á telefon 290416 ella

á teldupostadressu: [email protected].

85 ára føðingardagurTann 28. apríl fyllir

Victoria Tróndheim Leirvík

85 ár. Dagurin verður hildin í missiónshúsinum

leygardagin 2. mai frá kl. 18.00.

Tey sjey, Katrin Kalls-berg, Tróndur Vatnhamar, Hjørdis Petersen, Maud Wang Hansen, Magni Arge, Livar Nysted og Ragnhild Ellingsgaard sav-na í løtuni pening inn til Í Menniskjum Góður Tokki.

Hetta verður gjørt sum liður í átakinum “Meðan vit bíða”, sum Miðlahúsið stendur aftanfyri. Og øll hava tey eitt felags ynski um at veita hjálp og síggja tað sum sína skyldu at hjál-pa, tá tey kunnu.

Kring landið hevur ve-rið skipað fyri ymsum til-tøkum seinastu dagarnar í samband við innsavningina hjá hesum sjey fólkunum,

eins væl og fleiri teirra eisi-ni hava verið rættiliga sjón-lig í ymsu miðlunum. Enn eru tó nakrir dagar eftir, so væntandi koma vit bæði at síggja og hoyra enn meira til hetta komandi dagarnar.

Til ber at stuðla innsav-ningini hjá Miðlahú-sinum við at flyta eina peningagávu á 6460-540.245.1 í Bank Nordik ella við at senda eitt sms-boð til 1940 við boðnum BARN. Tá letur tú 50 kr. til endamálið.

AðalfundurKlaksvíkar Róðrarfelag hevur aðalfund

róðrarneystinum mánadagin 11. mai kl. 19.00

Skrá samb. lógum felagsins.

Nevndin

Vit vilja takka tykkum øllum so hjartaliga,sum vóru við til at gera gullbrúdleypsdag okkara

tann 6. februar ógloymandi.Takk fyri alla góða hjálp, fyri gávur, blómur

og heilsanir, fyri góðar talur og sangir,og ikki minst, hjálpina frá børnum,svigarbørnum og barnabørnum.

Vinaliga heilsanSólgerð & Jógvan Jacobsen

Klaksvík

Tøkk31. mars høvdu

Margreth og Kristian DalsenniKlaksvík

silvurbrúdleyp.Ætlanin er at hava opið hús heima á Skáltavegi 46

leygardagin 9. mai frá kl. 15.00

Øll eru hjartaliga vælkomin

Silvurbrúdleyp

“MEÐAN VIT BÍÐA”

Tað er ein sannroynd, at vanlukku skipanin við ”Føroyar sum eitt valdømi” hevur mangar óhepnar avleiðingar.

Ein avleiðing, ið hevur verið frammi í miðlunum júst nú, er peningaligur stuðul til tey, ið ætla at stilla upp til løgtingsval og fólkatingsval. Fyrr kundi ein arbeiða í egnum lokaløki, um ein ætlaði sær at vinna atkvøður fyri at sleppa inn á ting, Men tað er ikki nóg mikið í dag, nú má ein hava atkvøður kring um í landinum, og tað kostar. Tosað hevur millum annað verið um, um tað skal vera loyvt vinnufyritøkum at stuðla va-levnum við pengum, fyri at hjálpa teimum at røkka inn á ting ella á fólkating.

Her munnu menn helst fara at koma til kendu niðurstøðuna um at ”skeri eg teg her, so missi eg teg har”.

Verður bann sett fyri at vinnufyritøkur kunnu stuðla valevnum ella flokkum, og bert loyvt pri-vatpersónar, so er at minnast til, at tað eru múg-vandi privatpersónar, ið eisini eru vinnulívsfólk, ið kundu avsæð milliónir, um so var, at teir æt-laðu sær politiska ávirkan í tinginum ígjøgnum stuðul. Tað er tí ongin trygd fyri at vinnan ikki skal vinna sær ávirkan tann vegin, sjálvt um vin-nufeløgunum ikki er loyvt at stuðlað.

Føroyar sum eitt valdømi hevur eisini gjørt, at tey ymsu lokalfeløgini kring um í landinum, hava mist nógv av megi síni, tá ræður um upp-stilling. Í mongum førum er siðvenja nú, at tá alt kemur til alt, so eru tað landsfeløgini hjá flokku-num hava buktina og báðar endarnar tá valevni skulu stillast upp. Tí fer peningaligur stuðul til flokkarnar til avgerð hjá nøkrum fáum at greina, hvønn person peningur skal brúkast uppá.

At seta bann ella forboð fer valla at bera á mál. Helst er rættari opið at lata uppstillingina avspe-gla samfelagið, tí veljarin er ikki so mikið at sær komin at hann dugir at lurta og taka støðu.

Uttan iva er besta loysnin at spæla við opnum kortum og bara krevja alment innlit í hvaðani peningurin kemur frá til valstríðið hjá teim ymsu flokkunum og valevnunum.

Hetta er bert ein av vansunum av at Føroyar nú eru eitt valdømi.

Valar og fíggjar-ligur stuðul

Page 33: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 33

Page 34: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 201534

Tá heystið stundar til og kvøldini gerast myrk og long, gevur tað fólki høvi til at finna sær eitthvørt innandura tiltak at ganga til. Tá eru tilboðini hjá Klaksvíkar Kvøldskúla og Føroya Handar-beiðsskúla góð at hava, tí har eru tilboðini fjølbroytt og áhugaverd.

Sunnudagin í farnu vikuni var árliga framsýning hjá kvøldskúlanum og Før-oya Handarbeiðsskúla á skránni. Framsýningin lat upp kl. 15 og beinanvegin var heilt fitt av fólki inni í Ósaskúlanum, har framsý-ning helt til. Og mongu gestirnir fingu nógv áhuga-vert at síggja í teim mongu skúlastovunum, sum vóru umbroyttar til smáar hug-nastovur, ið fjálgaðu um í kalda kavaveðrinum uttan-fyri.

Mitt á gólvinum sótu nakrir fryntiligir tilkomnir menn og spældu harmo-niku. Tað gjørdi, at hýrurin beinanvegin gjørdist lættur og hugnaligur. Allastaðni stóðu fólk og prátaðu og í niðari gongini, har møgu-ligt var at keypa eitthvørt leskiligt og sunt ábit aftur við einum góðum kaffi-munni.

Prógvhandan var eisini á skránni á framsýningi-

ni. Í vetur hava 12 mans gingið til Dugnaskaparske-iðið í sigling og harav hava fimm teirra verið til próvt-øku í hesum. Saman við nakað av siglingstíð gevur skeiðið rættindi til at føra skip upp til 100 BT út á 30 fjóðringar. Teir fimm vóru Bjørn Simonsen, Sylvin Rasmussen, Hans Jacob á

Kósini, Jón Egholm Jacob-sen og Kári Múller Jacob-sen. Jógvan Skorheim, bor-garstjóri, handaði prógvini.

Borgarstjórin hevði eisini eina heilt serliga gávu við til eina av lærarinnunum á kvøldskúlanum. Tað er jú soleiðis, at ein tann týd-ningarmiklasta drívmegin aftan mongu og fjølbroyttu

tilboðini sjálvandi eru tey, sum undirvísa. Og í ár ska-raði Jutta Hansen serliga framúr. Hon hevur nevnili-ga í ár undirvíst fyri hálv-trýssinstjúgundu ferð sum lærari á kvøldskúlanum og fegnaðist kvøldskúlin um at hava ein so dugnaligan og nærlagdan lærara í brode-ring, sum treystliga leggur

kvinnunum lag á vetur eftir vetur. Jutta hevur vanliga tveir fullteknaðar bólkar, sum ganga til brodering og dugir hon eisini sera væl at leggja dent á tað sosiala, tí oftast gera tær útferðir til m.a. Viðareiðis og til Gjáar. Ofta eru tað somu kvinnur, sum koma aftur, so tað si-gur ikki so lítið um, at

trivnaðurin er í hásæti. Alt, sum Jutta ger, er vælgjørt og tað sæst eisini aftur í framsýningunum, at næ-mingarnir hava fingið eina køna og vegleiðandi hond frá Juttu.

Jógvan handaði Juttu eitt stórt blómutyssi, umframt eitt gávukort, frá Klaks-víkar Kommunu.

KL AKSVÍK AR K VØ LDSKÚL A OG FØ ROYA HANDARBEIÐSSKÚL A

Framsýningin hjá

Page 35: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 35

Eftir hetta væl væl umtókti Line-dansurin á skránni. Nú vóru heilt nógv fólk komin at hyggja og stuttligt var at síggja, hvat dansaranir høvdu fingið burtur úr farna veturin.

Vónandi verða hesi við aftur á framsýningini ko-mandi ár…

Myndir: Tróndur Fuglø

Page 36: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 201536

Barnahúsið Margit søkir eftir 3 námsfrøðingum at byrja 10. august ella áðrenn

Starvstíðin er 30 tímar um vikuna. Starvsstaður: Leys størv eru bæði í Barnahúsinum Margit og Fjallafípuni.

Barnahúsið Margit er ein kommunalur dagstovnur. Vit hava tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur, eina serstovu og tvær barnagarðsstovur í útibarnagaðinum Fjalla fípan. Stovnurin er normeraður til 106 børn.

Í okkara námsfrøðiliga arbeiði leggja við stóran dent á at arbeiða við menningar­ætlan. Vit síggja tað eisini sum eina spennandi avbjóðing at arbeiða meira ítøkiliga við inklusión og viðurkennning.

Vit vænta, at umsøkjarar:• arbeiða inkluderandi• eru opnir, erligir og fyrikomandi• leggja seg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag• síggja avbjóðingar og møguleikar fram um mørk• ynskja at menna seg námsfrøðiliga og at vera við til at mynda stovnin• hugsa tilvitað um menning fyri tað einstaka barnið• eru týðiligur í samskifti og leggja dent á gott samstarv• ynskja at arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin

Setanarviðurskifti:Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF).

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ann Mari E. Kjølbro, leiðara, á telefon 284530 ella umvegis teldupost: [email protected]

Umsóknir:Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum ummælum skal vera stovni­num í hendi í seinasta lagi 22. mai 2015.

Setanarsamrøður vera í viku 22.

Barnahúsið Margit Traðargøta 31700 KlaksvíkTel. [email protected]

Námsfrøðingar til

Barnahúsið Margit

www.margit.fo

N. Pálsgøta 32 | FO­700 Klaksvík | Føroyar | Tel. 410000 | Fax 410001 | [email protected] | www.klaksvik.fo

Vinnubygningur við møguleikum til sølu í KlaksvíkTalan er um tvey samanliggjandi matr.nr., 366 og 367, við ástandandi bygningum á Klaksvíksvegi 72. Matr.nr.367, sum er eldri bygningurin, er í 3 hæddum umframt loft. Bruttovídd pr. hædd er 254 m2. Samlaða víddin er uml. 700 m2, umframt loft. Matr.nr. 367, sum er nýggjari bygningurin, er 748 m2 í 1 hædd. Bygningarnir krevja ábøtur. Tó er ávíst viðlíkahald framt á bygningarnar síðstu árini. Staðseting av bygningunum er góð og góðir parkeringsmøguleikar eru norðanfyri. Rætti keyparin kann víðarimenna ognirnar til ymisk endamál, so sum handil, skrivstovu, íbúðir ella annað virksemi, sum er møguligt at hava í ognunum. Ognirnar verða seldar um hóskandi boð fæst. Áhugaði verða biðin um at ringja 514499 ella senda teldupost til [email protected].

Nira Sp/f Mykinesgøta 6

100 Tórshavn

TænasTur

fartel. 51 44 99 [email protected]

ww

w.g

rafik

mas

ter.f

o

Keyp og søla av vinnuognum

Keyp og søla av fyritøkum

Vinnuráðgeving

nira er ein ráðgevingarfyritøka, sum bjóðar óhefta ráð geving innan keyp og sølu av fyritøkum og vinnuognum, umframt aðra vinnuráðgeving.

Tit eru altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á tel. 51 44 99 ella senda teldupost til [email protected]

Lat okkum selja tykkara vinnuogn

Ring á tel. 51 44 99

adressa:Klaksvíksvegur 72, Klaksvík slag:Vinnubygningar

Búvídd:uml. 700 m2 + 450 m2

Grundøki:matr.nr. 366: 352 m2

matr.nr. 367: 748 m2

Prísuppskot:Hóskandi boð

Page 37: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 37

Ung í Eikwww.eik.fo/ung Tel. 348000

Ung í Eik

Tá tú ert á Hey Teitur. Nú havi eg bílagt tær kortið. Vóni annars, at tú ert glaður fyri Netbankan á telefoniniHeilsan Monika, Eik

Takk fyri Monika Ja, sá akkurát nú, at eg havi fingið løn - Fantastiskt

Postsmoga 107FO-800 Tvøroyri

Tel: 372186Fax: 372286

[email protected]

Page 38: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 201538

Page 39: Nordlysid nr 13 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 13 MIKUDAGIN 29. APRÍL 2015 39

Page 40: Nordlysid nr 13 2015

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

- lokala røddin síðani 1915

100 ár

Øllum tykkum sum á ymsan hátt sýndu

Norðlýsinum heiður á 100 ára útgávudegnum

takka vit hjartaliga