Upload
nordlysid
View
249
Download
8
Embed Size (px)
DESCRIPTION
Norðlýsið blað nr 18 mikudagin 4. mai 2005
Citation preview
Í vikuni verðurNorðlýsið eisini at
hitta á bási nr.F696 á North
Atlantic Fish Fair.
Vit eru sjálvandi á bási-num hjá fyritøkunum úrKlaksvík, og har fara vitat brúka høvið at leggja útá heimasíðunawww.nordlysid.fo, alt taðnýggja sum okkara fyritø-kur kunnu bjóða.
Tað er lýsingarstovanGrafia úr Klaksvík, iðhevur designað básin, ið erein himmalhøgur viti ogLooknorth hevur evnað
básin til úr flamingotilfari,í sær sjálvum er "norðoya-vitin"eina vitjan verdur.
Umframt Norðlýsið, soeru Klaksvíkar Kommuna,KBI, Looknorth, Com-dataog Norðfra við á norðoya-framtakinum á Fishfare,høvi verður eisini at hoyrafrá klaksvíksbásinum áRás 2 stevnudagarnar. Sovælkomin øll!
Smart áhvítu-sunnuAftur hesa vikuna er nógv nýttheimkomið.
Úrvalið ersera stórtav klædn-ingsjakkum
NR. 18 MIKUDAGIN 4. MAI 2005 / 55. ÁRGANGUR / LEYSASØLA KR. 12,00 / PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD:OLIVER JOENSEN
w w w . n o r d l y s i d . f o
Køkur& breyð
keypir tú sjálvandi
Malið oksakjøt, 6 bk.....Kr. 100,008 appelsinir...................Kr. 19,90
Norðlýsiðá Fish Fair
2 NR. 18 MIKUDAGIN 4. MAI 2005
NR. 18 MIKUDAGIN 4. MAI 2005 3
Klaksvík - ein sterkur vinnulívsdepil
4 NR. 18 MIKUDAGIN 4. MAI 2005
LEIÐARIN
Samstarv tvørtur um miðstaðarøkið
Sum sæst í blaðnum ídag, so eru tveir handlar íNorðoyggjum og Suðuroy farnir at samstarva tvør-tur um miðstaðarøkið.
Eitt av lyklaorðunum ídag er júst samstarv og hettaer ikki bert galdandi fyri vinnulívið, men so san-niliga eisini fyri komunur og lond.
Tosað hevur seinastu tíðina verið nógv um sam-starv og eisini samanlegging av kommunum, bæðií norðoyggjum og í Suðuroy og KlaksvíkarKommuna er longu samanløgd við Mikladals ogTrøllanesar kommunu og harafturat hevurKlaksvíkin bjóða fleiri kommunum í norðuroyg-gjum til samanlegging.
Nærum samstundis sum málið um Norðoyatunnilinkom upp í almenna kjakið í Norðoyggjum, varðført fram, at rætt hevði ivaleyst verið, eisini at lagtsaman kommunur tvørtur Lorvíksfjørð og tað erupolitikarar í Norðoyggjum, sum av álvara arbeiðafram ímóti í hvussu so er einum tættari kom-munusamstarvi tvørtur um fjørðin.
Men skal eitt slíkt samstarv hava nakað endamál,so er alneyðugt, at allir partar fáa nakað burturúr ogat alt økið innanfyri størru kommunumørkini fáafyrimun av eini samanlegging.
Ásýniligir fyrimunir eru við størri eindum, men taðer upp til okkara fólkavaldu politikarar at stinga útí kortið hvussu ein samanlegging skal fara fram ogat vísa á gongdar leiðir, soleiðis at økini sum skulusamanleggjast fáa sum mest burturúr.
Helst er eitt mark uppeftir fyri, hvussu stórar kom-munur eiga at vera og helst hevur tað eisini nakaðvið landafrøðina at gera, men hinvegin er ongin ivium at mark er niðureftir, tí tað er ein sannroynd, atallar smæstu kommunurnar í nógvum førum havatrupulleikar við at nøkta tann tørv, ið verður setturtil samfelagið av okkum borgarum.
Størru kommunueindirnar hava so nógv tilboð tilborgararnar ídag, at trupult verður í longdini hjáteim smáu at nøkta tann tørv, sum borgarin ídaghevur og tey krøv, sum eitt nú barnafamiljur seta tilsamfelagið.
Vit eiga tó ikki at gloyma, at kommunur, sum havahavt smærri bygdir innanfyri síni kommunumørkikki altíð hava duga nóg væl at røkt alt økið og taðmunnu tey flestu vita dømir um. Men hesintrupulleikin er ikki ein, ið eigur at vera loystur viðenn smærri eindum, heldur má hetta sigast veraódugnaskapur hjá valdu politikarunum. Tað er íseinasta enda vit veljarar, ið skulu velja okkaralokalpolititikarar og tað er umráðandi at vit veljamenn, ið vilja byggja upp eina sterka kommunu, iðkann nøkta tørvin hjá okkum og børnum okkara.
Givið er, at vit standa sterkari tá vit samstarva. Taðvar einaferð ein sum júst skuldi greiða sínum fimmbørnum frá tí at standa saman. Hann tók eina greinupp og breyt hana, men tá hann tók fimm greinarupp í hondina, legði tær saman og royndi at bróta,tá bar illa til.
Skúlin við ÓsánnaHesi tíðaravmarkaðu størv eru leys atsøkja skúlaárið 2005/2006.
Skúlin við GarðaveginEitt fulltíðarstarv sum lærari við undirvísingav næmingum við autismu fyri lærara í far-loyvi. starvið er lønt samb. avtalu millumFøroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið ílønarflokkunum 18.1-27.4.Eitt stuðulsstarv 20 tímar um vi8kuna viðnæmingum við autismu.Eitt stuðulsstarv 15 tímar um vikuna viðfjøllbrekaðum næmingi.Størvini eru lønt samb. avtalu millumFøroya Pædagogfelag og Fíggjarmála-stýrið.
Skúlin við ÓsánnaEitt fulltíðarstarv sum lærari hjá næmingumvið serligum tørvi fyri lærara í farloyvi.Eitt fulltíðarstarv umleið 14 tímar um vikunasum lærari hjá næmkingum við serligumtørvi fyri lærara við niðursettari arbeiðstíð.Størvini eru lønt samb. avtalu millumFøroya Lærarafelag og fíggjarmálastýrið ílønarflokkunum 18.1-27.4
Nærri fæst at vita um størvini hjá skúla-stjóranum, tlf. 218373.
Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendií seinasta lagi mikudagin 18. mai 2005.
Skúlastýrið fyri Ósáskúlanv/Óluva Klettskarð, form.
FO-700 Klaksvík
Broyting í AlmennuByggisamtyktini
fyri part av økisparti B2.2 til D5.3 innanfyri3.grundlendi í Klaksvíkar Kommunu
Við hesum verður kunngjørt sambærtreglurnar í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mei1954, at Klaksvíkar Býráð á fundi16.desember 2004 hevur samtykt at broy-ta ásetingarnar fyri matr.nr. 91 og 92 íøkisparti B2.2 innanfyri havnaøki til men-tannarøki - merkt D5.3 - útlagt til trivnaðar,-mentanar,-handils og matstovuvirksemi.
Broytingin liggur frammi til alment eftirlit ábýráðsskrivstovuni til 23.mei 2005.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskotskulu verða býráðnum í hendi seinasta lagi1.august 2005 fyri at koma við í býráðsinsendaligu viðgerð av broytingini.
Klaksvík 30.apríl 2005
Klaksvíkar Býráð
Tíðindaskriv fráKlaksvíkar Ítróttarfelag
Klaksvíkar Ítróttarfelaghevur frá í morgun(mánadagin 2. mai
2005) sagt upp samstarvsavtaluna við
høvuðsvenjarafelagsins,
Ove Flindt Bjerg.
Dánjal Jákup Joensenrøkir fyribils starviðsum høvuðsvenjari til nýggjur venjari
verður settur.
Nevndin fer á fundi íseinasta lagið
týskvøldið at seta nýggjan høvuðs
venjara.
Nevndin hevur havteitt sera gott samstarv
við fyrrverandihøvuðsvenjaran,
men avgerðin um atsiga venjaran úr
starvið var tikin aveinari samdari nevnd.
Klaksvíkar Ítróttarfelag
www.nordlysid.fo
NR. 18 MIKUDAGIN 4. MAI 2005 5
Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri
Norðoyggjar og Eysturoy- eitt sera sterkt samfelag
Um eitt ár verðurNorðoyatunnilin
opin fyri almennariferðslu. Hetta verð-ur einki minni enn
ein kollvelting,bæði fyri sam-
ferðslu og samfelagokkara, og sam-
stundis verða tveyáhugaverd øki
bundin saman í eitt- við nógvum
spennandi avbjóðingum.
Tað er ógvuliga umráðan-di at finna fram til eittgevandi samstarv millumkommunurnar báðu meg-in fjørðin, og her er nógv,ið er ein nátúrligur parturat samstarva um, eisini núlandsmyndugleikarnirleggja málsøkir út tilkommunurnar at umsita.
EldraøkiðKommunurnar í hesumbáðum økjum, Norð-oyggjum og Eysturoy, erunógv mentar seinastuárini, og í nógvum førumhava tær yvirhálað lands-myndugleikarnar. Herhugsi eg serliga um eldra-politikk landstýrisins,sum hevur ilt við at komaúr stað, meðan nógvarkommunur royna viðegnum mátti at nøkta tør-vin á eldraøkinum viðbyggjan av eldrasambý-lum og harvið dragalandsmyndugleikarnaraftan á sær við at bindateir til part av rakstrinum+ tær 50.000.- kr. tilnýbygging pr. búfólk.Hetta seinasta, sum lan-dið letur til íløgurnar ísambýli, er smápeningur ímun til tað, kommunur-nar leggja til hetta økið,sum tó ikki er ein kom-
munal uppgáva.Her vita vit av royndum
á øðrum málsøkjum, at einheilt onnur ferð hevðikomið á loysnirnar, og taðhevði tí loyst seg betur fyriborgaran, um full ábyrgdav hesum málsøki varðløgd á ein og sama myndu-gleika, heldur enn sum núat hvørki land ella kommu-nur taka sær 100% aveldraøkinum, tí ábyrgdin ertvídeild.
Barnaverndarøkið.Nú verður barnavernda-rumsitingin løgd út tilkommunurnar, sum núskulu til at skipa seg íøkjum við í minsta lagi1500 íbúgvum, sum núskulu hava eina felagsbarnaverndarnevnd, hel-dur enn sum nú, at einbarnaverndarnevnd er íhvørjari kommunu, harsummar eru rættiligasmáar.
Samstundis verðurábyrgdin av umsitingarligaarbeiðnum løgd yvir ákommunurnar, soleiðis attað ikki longur verðurAlmannastovan men sosia-lar deildir hjá kommunu-num kring landið, ið skulutaka av av tí fyrisitingarli-ga og málsviðgerð.
Her kunnu vit íNorðoyggjum fegnast um,at Klaksvíkar Kommunalongu hevur bygt upp einasosiala deild, sum er fulttilbúgvin til hesa uppgávu,sum hon longu í dag røkir.
Her síggja vit íKlaksvíkar Kommunu taðsum nátúrligt at leggja upptil samstarv við okkaragrannakommunur, umhesar eru áhugaðar í tí, ogeitt ávíst samskifti hevurlongu verið millum kom-munurnar um hetta økið,sum við hesi nýggju lóginifer at geva nøkur kvalifise-raði størv afturat kring lan-dið.
Skúla- og mentanarøkið.Longu í dag ferðast einstríður streymur av skú-laungdómi og -lærarumvið ferjunum tvørtur umLeirvíksfjørð í og úr mið-námsskúlunum íKlaksvík og á Kambsdali,sum tí eisini hava góðarmøguleikar at samstarvaog skapa eitt sterkt og liv-andi skúlaumhvørvi herum leiðir.
Umframt hesar skúlarhevur Klaksvík í manna-minni havt vælvirkandiSjómansskúla, Kokka-skúla, Húsarhaldsskúlao.s.fr.. Harafturat eru mongonnur fjølbroytt frálærutil-boð, sum er komin afturatog hava ment seg tey sein-nu árini, eitt nú innankvøldskúlaskipanina, tón-listaskúla, vevskúla, hand-arbeiðsskúla, trygdarskeiðfyri sjómenn o.s.fr..
Innan summar av hesumskúlum kann eitt samstarvvið aðrar kommunur - eisi-ni tvørtur um Leirvíksfjørð- skapa grundarlag fyrimeira fjølbroyttari undirví-sing.
Eisini innan frítíðar- ogítróttarlívið báðumeginLeirvíksfjørð kann Norð-oyatunnilin skapa eitt nýttgrundarlag fyri menning.Fyri tað fyrsta við eini stør-ri beinleiðis kapping, meneisini við eini samskipanog samstarvi, kanska serli-ga í teimum smáu frítíðar-og ítróttargreinunum, harfeløgini í dag hvørt sær eruheldur smá og veik.
Í hesum økinum báðumegin Leirvíksfjørð erufleiri spennandi, savnandiog skapandi deplar, sumheilt víst fara at verða við-komandi fyri alt økið. Einav hesum deplum, sum lig-gur Norðoyamegin, er
Svimjihøllin í Klaksvík,sum fyri kortum var høvu-ðsumvæld og er eitt seragott trivnaðarpláss. Her eruítøkiligar ætlanir um atskapa enn betri umstøðurog møguleikar í høllini, sohon kann veita fleiri tilboðog upplivingar til tey vit-jandi.
Klaksvíkar SjúkrahúsÍ hesum skjótt saman-bundna øki okkara liggureisini Klaksvíkar Sjúkra-hús - eitt stórt aktiv og eintrygd fyri borgararnar íNorðoyggjum og í Eyst-uroynni, sum nú fáa einaheilt nýggja og stutta far-leið til sjúkrahúsið.
Og hvat er meiri natúr-ligt, tá bygnaðarbroytingarnú verða gjørdar á kommu-nulæknavaktunum, atKlaksvíkar Sjúkrahúsverður tikið við í hesaætlan, Mín tilráðing til
landspolitikararnar er, attann ætlaða vaktarskipaninverður úsett, tilNorðoyatunnilin er latinupp, so vit kunnu gera einameiri smidliga skipan.
Eg havi her bert nomiðvið ein part av teimummøguleikum og avbjóðing-um, ið liggja fyri frammanhjá okkum, sum búleikast íhesum vinnuliga og menta-narliga sterku økjum kringLeirvíksfjørð.
Vón mín er, at okkumskal gevast hegni og hepnií framhaldandi arbeiðnumat menna øki okkara - eisi-ni har sum samstarv er bestgongd leiðin.
Klaksvík, á Krossmessu 2005
Steinbjørn O. Jacobsenborgarstjóri
6 NR. 18 MIKUDAGIN 4. MAI 2005
Norðoya LitbúðParkettgólv
-20%
Øll teppir og vinyl -20%
Blandimaskina, 125 ltr. 2.498,00
Trillibøra, 100 ltr.498,00
Trykkspulari, 120 bar1.498,00
Veggjamáling, glans 10 ella 20, 10 ltr
498,00
Eisini umboða vit tað kenda finska merkið MARIMEKKO
TELEFON 457300
Nógv
nýtt
heimkomið
til
summarið
Kr. 675,-
Kr. 1000,-
nordlysid.foher kanst tú kjakast - eisini dulnevndur
NR. 18 MIKUDAGIN 4. MAI 2005 7
8 NR. 18 MIKUDAGIN 4. MAI 2005
NR. 10 FRÍGGJADAGIN 11. MARS 2005 9
10 NR. 18 MIKUDAGIN 4. MAI 2005
NR. 18 MIKUDAGIN 4. MAI 2005 11
12 NR. 18 MIKUDAGIN 4. MAI 2005
Øll fyrifallandiLASTBILKOYRINGvið krána, grabba
og vippu.
Tøkur alt samdøgrið.
J. L. LydersenT L F . 2 2 5 5 9 0
Fittur hundahvølpurfæst við at avheintahann. Mamman erpudil-hundur.Telefon 457485 ella 268336
UndirklæðirTeir vælumtóktu
BH í øllum støddum
til bæði ung sum eldri frá Hali-lingeri.
KOM OG ROYN TAÐ
Komi eisini feginheim til tykkum.
Fæst við at vendatykkum til:
Umboð: KirstenTróndheimTlf. 220443
UNDIR NEYSTUNUMUNDIR NEYSTUNUMTIL SØLUTvær springmadrassur avmerkinum Lama, til sølu.Stødd 74 X 178 cm.Fyri 300 kr. stk.Tlf. 456060
KETTLINGAR2 reinligir kettligar, tildjóravinir, kunnu fáastvið at avheinta.Tlf. 451143 ella 229060
KONDISÚKKLA6 mdr. gomul kondis-úkkla, til sølu vegnaplásstrot fyri 700 kr.Tlf. 456018
BÁRU-BINGOStórt Bárubingo verður íSkálanum mánakvøldið2. mai. kl. 19.30.Høvuðsvinningur, einuttanlandaferð fyri tveyvaksin og tvey børn viðbili, við Norrønu, tilDanmarkar í hásesongini.Bygdarfelagið Báraní Árnafirði
KOYRISTÓLURBrio koyristólur, myrk-abláur, leður look, viðposa, til sølu fyri 1000 kr.Tlf. 457266 ella 506506
VINNINGARsum drignir vóru áHugnatiltakinum íNeystinum1 málningur frá Jórun,mintgrønur nr. 0079. 2.Málningur frá Annu,orange, nr. 4108. 3.Gávukort á 500 kr., gulur,nr. 84.Vinningarnir kunnuavheintast við at ringja átlf. 271767 ella 456704.Klaksvíkar Róðrarfelag
HÚS TIL LEIGUHúsini undir Fossum 47til leigu frá umleið 15. juli.Tlf. 211681
Neystagrundvið Borðoyarvík til sølu.Tlf. 455785
MálaraarbeiðiVit átaka okkumalt málaraarbeiði - bæði úti og inni.
A. M. - MÁLINGTelefon 224482
Ring og fá eittóbindandi tilboð!!!
PensionistafelagiðHugniger útferð í eysturoytýsdagin 10.05.05.Farið verður kl. 8.45,prísur 150,00, tekningá tlf. 455420, 456178ella 455417 áðrennmánadagin 09.05.05Nevndin
Íbúð ella kamarynskist til leigu skjótast gjørligt.Tlf. 258680
Læknaskrivari til Læknamiðstøðina í Klaksvík.
Setan 1. juni , ella skjótast gjørligt hereftir.
Kundi tú hugsa tær nýggjar avbjóðingar, spennandi arbeiðsuppgávur,nýggj attraktiv arbeiðshølir, góðar samstavsfelagar og møguleikar fyripersónligari menning?
Um hettar tiltalar teg, so er tú møguliga læknaskrivarin vit leita eftir tilLæknamiðstøðina í Klaksvík.
Arbeiðið umfatar vanligt læknaskrivara arbeiði, so sum at skrivalækna diktatir og at taka telefonina. Við tíðini er ætlannin at fleiri læk-naskrivarar skullu arbeiða saman í einum dynamiskum toymi.
Arbeiðstíðin er frá 08.30 til 14.00 (møguliga til 15.00)Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagiðog Fíggjarmálaráðið.
Vit ímynda okkum at tú ert útbúgvin læknaskrivari, er humoristisk,opin, álítandi og arbeiðir miðvíst. Harútyvir ert tú fleksibul og hugsarklárt tá á leikar. Tað ein fyrimunur um tú hevur kunnleika til KT.
Okkara mál er at vit saman, tvs. skrivarar, sjúkrasystrar og læknarskulu skapa landsins bestu læknamiðstøð, til gleði fyri sjúklingar ogstarvsfólk. Og hevur tú hug at gerast partur av hesari "proces", hoyravit fegin frá tær.
Hevur tú tørv á fleiri upplýsingum kannst tú seta teg í samband viðlækna Claus Neumann á tlf. 21 15 16 ella teldupost [email protected]
Umsóknarfreistin er mánadagin 16. mai 2005.
Skrivligar umsóknir í brævbjálva merktur "Læknaskrivari" við CV, avri-ti av prógvum og viðmælum skulu sendast til:
John FærøKlaksvíkar Kommuna700 Klaksvík
Læknamiðstøðin í Klaksvík var almennt tikin í nýtslu í Desembur2004. Húsið er í tveimum hæddum og liggur miðskeiðis í Klaksvík. ÁLæknamiðstøðini eru allir nútíðar hentleikar.
Fyrsti kommunulæknin er fluttur inn og ætlannin er at har skulu star-vast 4 fastir kommunulæknar umframt klinikstarvsfólk. Allir stovnarinnan føroyska heilsuverkið fáa sum líður hava sama KT system. Íløtuni hevur tann konsultatiónin ið skrivari verður søktur til, edv-skipaninna Æskulap.
NR. 18 MIKUDAGIN 4. MAI 2005 13
VØDDAMÝKINGviðgerðir fyri t.d.:
ítróttarskaðarryggtrupuleikar
Stresso.a.
v/ Anna SivertsenFysiurgisk massør/
sportmassørTELEFON 504629
ALLAR LÝSINGAR Í TEIGINUM »UNDIR NEYSTUNUM« KOMA TVÆR FERÐIR Í BLAÐIÐ. LÝSINGARNAR VIÐ GRÁUM BOTNI, ERU Í BLAÐNUM FYRI AÐRUFERÐ.
L Ý S I N G A R T E K S T U R
Seinasta freist fyri lýsingar er týsdag kl. 16.00
S E N T H E V U R
Merkið brævbjálvan »Undir neystunum«
Sendið hann til: Norðlýsið – Box 58 – Klaksvík
Navn:Bústaður:Bygd/býur:Tlf.:
L Ý S I N G A R T R E Y T I R
Í mestalagið 40 orð. Bert ein lutur í hvørjari lýsing.Hægsta søluvirði kr. 20.000,-. Fyritøkur og virkigjalda vanligan lýsingarprís. Teigurin er ókeypisfyri privatar lýsingar undir 20.000 kr. Lýsingaroman fyri hesa upphædd og bill. merk. kosta 100kr. hvørja ferð. Fyri lýsing við fleiri enn 40 orðum,er vanligur prísur galdandi. Lýsingin skal verðaskrivað á henda seðil og verða klipt úr einum Norð-lýsið og sent okkum. Fyri smálýsingar, sum verðasendar okkum ígjøgnum fax ella eru skrivaðar ákopi, er vanligur lýsingarprísur kr. 100,- galdandi.
V I N A R L I G A S E T I Ð M Æ R H E S A L Ý S I N G Í B L A Ð I Ð T V Æ R F E R Ð I R
UNDIR NEYSTUNUMUNDIR NEYSTUNUM
Eg átaki mær alla fyrifallandi koyring.
LASTBILA KOYRINGv/krána, grabba
og vippu
Suni EliasenTELEFON 456497
MOBIL 222614
GRAVINGEg átaki mær fyrifallandigraviarbeiði við maskinu
og minidumpara.
*Graving rundan um hús.*Fyri bilhúsi og úthúsum.
*Veitir*og velting.
Árni MagnussonTELEFON 22 44 91
og tlf. 45 79 91
S I N N I S B A T IÍslandsvegur 10 C, 100 Tórshavn,
Tlf. 322544 - Fax [email protected]
Skrivstovan er opinmikudag frá kl. 16,00-18,00.
Fyrsta mikudag í mánaðinum eropið til kl. 19,30.
Tú ert vælkomin at ringja og spyrja um alt,
sum hevur við sinnistrupulleikar at gera.
KLIPP OG SÓLV/ Mariu ChristiansenTelefon 45 59 07
GOTT SMYRJU-
BREY ÚT AV HÚSINUMTELEFON 45 53 60
TAXA KOYRINGAUTO tlf 590000
MP TeknikService
v/Malvinus & Petur i Gong
Postboks 312Bumshamarsvegur 7
700 Klaksvík
Fartelefon nr. 220089
Umvælingar av allarielektroniskari útgerð
HVÍTVØRURRADIOÚTGERÐ
SJÓNVARPVIDEO
STEREOPARABOLIR
OG MANGT ANNAÐ
MP Teknik ServiceRadio- og
Hvítvøruverkstaður
Bil og Bussupp til
10 ferðandi
KLAKSVÍKARKLUBBI
TELEFON 455681
FRÍGGJADAGINKl. 17.00 FimmariKl. 19.00
Sjavskapping
LEYGARDAGINDartkapping
Kl. 23.00 Dansur viðMagna og Hans J.
SUNNUDAGINOpið frá kl. 17.00
585602
NORÐOYATANNARØKT
Telefon 45 83 30
nordlysid.fonordlysid.fonordlysid.fonordlysid.fonordlysid.fo
Minst til MAMMUDAGIN 8. maj.
Opið er frá 8.00-11.00 og 13.00-17.00
Blómu og Gávuhandilin
TELEFON 45 51 15
14 NR. 18 MIKUDAGIN 4. MAI 2005
Maskinmeistarisøkist tilELFELAGIÐ SEV
Eitt starv sum maskinmeistari á Fossá-'verkinum í Vestmanna er leyst at søkja tilsetan frá umleið juni 2005.
Starvið:Maskinmeistaraarbeiðið umfatar rakstur oghald av Fossáverkinum, bæði sum dagar-beiði og sum vaktarbeiði uttanfyri vanligaarbeiðstíð.
Undir Fossáverkinum hoyra eisini Mýru-,Heyga- og Eiðisverkið, sum eins og vat-nturbinan á Strond verða stýrd frá Fossá-verkinum. Talan er um tilsamans 7 vat-nturbinuaggregat við einum samlaðummátti upp á 28,4 MW. Harafturat stýrir vak-thavandi á Fossáverkinum býtið av fram-leiðsluni millum elverkini í meginøkinum,herundir eisini Sundsverkið og Strond (last-fordeiling). Eisini er vakthavandi á Fossá-verkinum koblingsleiðari fyri háspen-ningsanleggini í meginøkinum.
Førleikakrøv:Kravt verður, at umsøkjararnir hava fullamaskinmeistaraútbúgving, t.v.s. víðkaðmaskinmeistaraprógv ella 3 ára maskin-meistaraskúlaprógv.
Lønin:Starvið er lønt sambært 5. lønarflokk eftirsáttmála millum SEV og Maskinmeistara-felagið.
Lønin verður ásett eftir starvsaldri framma-nundan.
Byrjunar- og endalønin í 5. lønarflokki er íløtuni netto ávikavist kr. 23.234,37 og kr.24.926,19 um mánaðin. Harafturat verðurgoldið í eftirlønargjaldi tilsamans ávikavistkr. 2.904,30 og
kr. 3.115,77 um mánaðin.
Umframt nevndu løn kann roknast við vak-targjøldum og møguliga av og á eisiniúrtíðarløn.
Umsóknir:Umsóknir skulu saman við prógvum ogmøguligum ummælum verða sendElfelagnum SEV, Postrúm 319, FO-110Tórshavn og skulu vera SEV í hendi íseinasta lagi hósdagin, tann 19. mai 2005.
Nærri upplýsingar:Nærri upplýsingar um størvini fáast við atvenda sær til Pól Joensen, verksmeistara áFossáverkinum ella til Bjarka Hermansen,deildarstjóra á Maskindeildini, báðir á tele-fon nr. 346800.
Tórshavn, tann 2. mai 2005.
ELFELAGIÐ SEV
Nógv spennandi vøra heimkomin
Dupultur føðingar-dagur umborð áSkálabergi
30. apríl var dupulturføðingardagur umborð áSkálabergi, sum er íBarentshavinum og taðfór ikki bara aftur viðborðinum.
Teir á Skálabergi havasent okkum hesa myndina,har teir hava hongt einatunnu upp við eini heilsan
til Hjalta sum fylti 30 ár.Men eisini Richard fyltisama dag og manningin vilvið hesum ynskja teimumbáðum hjártaliga tillukkuvið føðingardegnum.
NR. 18 MIKUDAGIN 4. MAI 2005 15
Arbeiðsstøðan 3. mai 2005
2.287 m3.030 m
TIL VÁRIÐVakstarmold 100 lSphagnum 100 lPottamold 20 lSámold 50 l
Dolomitkálk 20 kg - við kopar íPerlukálk 25 kg - granulerað
Bark 25 kg - til breiða útyvir fyri ókrútNPK Alt i et 20 kg - tøð & kálk blandað
Nitrophoska 20 kgNitrophoska 10 kg
Plenutøð 20 kgKálksalpetur 10 kg
Jernvitriol 4 kg - grønkar og drepur mosaAnimix í sekkjum - Organisk tøðHøsnatøð 10 kg - Organisk tøð
Rhododendrikumtøð 2 kgGrasfræ 1 kg - Robust
Grasfræ 2,5 kg - RobustHavasteinar 25 kg - gráir til pynt
Ókrútsdrepari til grasvøllirRound Up - Ókrútsdrepari, til tún o.a.
SnigladrepariNPK til gras 25 kg MBM
NPK til eplir MBMSeteplir:
Folva 25 kgOleva 25 kg
Maris Piper 25 kgSini 25 kg - finsk set
Kemur seinni:Pottar o.a.
Postboks 148 - FO 700 Klaksvík
F a r o e I s l a n d sTlf. +298 45 51 61 - Fax +298 45 53 85
nordlysid.foher kanst tú kjakast - eisini dulnevndur