24
- lokala røddin síðani 1915 NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 2015 64. ÁRGANGUR / KR 30,00 9 772245 065007 Eg lat meg ikki í klæðini men fór beinleiðis í maskinrúmið at sløkkja 90 ára gamli Andrias Sundskarð sigur frá: VÁRSKEIÐ Í K VØLDSKÚLANUM VIT FEGNAST UM AVRIKINI – OG ARBEIÐA MIÐVÍST VÍÐARI Fyrra hálvan av valskeiðnum hjá sitandi býráð hevur roynst væl, og vit fara við góðum treysti undir seinnu hálvuna, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Nordlysid nr 3 2015

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 3 Mikudagin 21. jan. 2015

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 3 2015

- lokala røddin sí ðani 1915

NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 2015 64. ÁRGANGUR / KR 30,00

9772245065007

Eg lat meg ikki í klæðini men fórbeinleiðis í maskinrúmið at sløkkja

90 ára gamli Andrias Sundskarð sigur frá:

VÁ RSK EI Ð ÍK VØ LDSK ÚL A NUM

V IT FEGN ASTUM AV RIK INI – OG A RBEIÐA MIÐV ÍST V ÍÐA RIFyrra hálvan av valskeiðnum hjá sitandi býráð hevur roynst væl, og vit fara við góðum treysti undir seinnu hálvuna, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Page 2: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 20152

Page 3: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 2015 3

NordikPensjón ger tína pensjón til part av heildini.

Hugsar tú um tína pensjón, tá tú hugsar um tíni fíggjarviðurskifti? Tað eru nógv fólk, sum ikki gera tað. Men tað kanst tú nú við NordikPensjón.

Hetta hevur nógvar fyrimunir. Fyri tað fyrsta, so kann tín ráðgevi geva tær eina enn betri heildarráðgeving. Fyri tað næsta, so gera tú og ráðgevin eina tørvsgreining, so pensjónspakkin hóskar júst til tín og tín tørv. Og tað allarbesta? Tú hevur fult innlit og gjøgnumskygni við Netbankanum.

stað til tíni fíggjar viðurskifti

SA K N A R T Ú Y V I R L I T Y V I R T Í N A P E N S J Ó N ? V I Ð N O R D I K P E N S J Ó N FÆ RT T Ú F R Í T T Ú T S Ý N I

Y V I R T Í N I F Í G G J A RV I Ð U R S K I F T I

Alt, sum tín pensjón eigur at vera. 0 krónur til umsiting við Nordik360+

og Nordik360Premium. Fult yvirlit við Netbankanum. Lagað til tín og tín tørv. Góðir tryggingarmøguleikar. Enn betri heildarráðgeving. Møguleiki fyri enn betri avkasti

Vælkomin til NordikPensjón

www.banknordik.fo/pensjon

Page 4: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 20154

PROJEKTSTØTTE

Som ét af redskaberne til at nå dette mål bevilger NORA to gange om året støtte til samarbejdsprojekter, som inddrager partnere fra mindst to af de fire NORA-lande (Grønland, Island, Færøerne og Kystnorge).

Derfor indkalder NORA nu projekt-forslag med ansøgningsfrist den 2. marts 2015.

I NORAs strategiprogram, som kan læses på www.nora.fo, udpeges tre af NORA-regionens hovedudfordringer som særlige fokusområder for NORAs pro jektstøtte i perioden 2012–2016:

– At gøre stærke sider stærkere ved at styrke en bæredygtig udvikling af regionens traditionelle hovedsektor gennem støtte til innovative projekter inden for fiskeri og de marine ressourcer. Det kan f.eks. være projekter med fokus på biprodukter og hidtil uudnyttede ressourcer.

– At skabe nye muligheder ved at styrke diversifikationen af regionens økonomier ved at støtte udvikling en af nye erhvervsmuligheder, pro dukter, produktionsmetoder og markeds før-ings strategier. Det kan f.eks. være pro-jekter inden for turisme, landbrug eller vedvarende energi.

– At overvinde de lange afstande, som udgør en særlig udfordring for NORA-regionen, ved at støtte projekter

med fokus på kommunikation, ud-vikling af transportmuligheder og hand lingsorienterede analyser. Det kan f.eks. være projekter, som vil udvikle innovative IKT-løsninger til Nordatlantens særlige forhold eller bidrager til øget omsætning i region-ens små og afsidesliggende samfund.

NORA ser også gerne projektforslag, som følger op på temaet for NORA REGION CONFERENCE 2014–2015 med over skriften Digital Arctic. I for-bind else med konferencen er der mulig hed for at søge et mindre beløb til udvikling af projektideer i forlæng-else af konferencens tema „Det Digi-tale Arktis“. Følg konferencen og læs mere om støttemulighederne på www.digitalarctic.com under punktet „DO IT“.

NORA kan støtte med op til DKK 500.000 pr. år i op til tre år. Der skal være partnere fra minimum to med-lems lande i projektet.

På NORAs hjemmeside www.nora.fo findes der under banneret „Guide til projektstøtte“ en vejledning om an søg ningsproceduren. Ansøgere er også velkomne til at kontakte NORAs sek re tariater for at få mere information og vejledning.

Ansøgningsskemaet, som hentes på NORAs hjemmeside, skal sendes til NORAs hovedsekretariat i digitalt format på [email protected].

NORA skaber samarbejde i Nordatlanten

Nordisk Atlantsamarbejde (NORA) er en grænseregional komité under Nordisk Ministerråd. NORA omfatter Grønland, Island, Færøerne og Kystnorge. NORA finansieres af Nordisk Ministerråd suppleret med et nationalt bidrag fra samarbejdets fire deltagerlande.

Nordisk Atlantsamarbejde

Bryggjubakki 12Box 259FO-110 Tórshavn Tel: +298 30 69 [email protected]

Nordisk Atlantsamarbejde (NORA) ønsker at styrke samarbejdet i Nordatlanten.

Søkt verður eftir sosialráðgeva til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum.

Arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna at byrja 1. mars 2015 ella eftir nærri avtalu. SetanarviðurskiftiStarvið, sum er 25 tímar um vikuna, verður sett 1. mars ella eftir nærri avtalu sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvs-mannafelagið. Fleiri upplýsingarÁhugaði eru vælkomin at venda sær til Tonju Ziskason, leiðara fyri Barnavernd- artænastuna, á telefon 410000 ella [email protected]. Søk starvið við at senda eina umsókn í seinasta lagi mikudagin 4. februar 2015

til:

Klaksvíkar KommunaNólsoyar Pálsgøta 32Postboks 2FO-700 Klaksvík

ella:

[email protected]

Nólsoyar Pálsgøta 32 I Postboks 2 I 710 Klaksvík I Tlf. 41 0000 I [email protected]

Starv

Les meira áwww.klaksvik.fo

Sosialráðgevi tilBarnaverndartænastunaí Norðoyggjum

Page 5: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 2015 5

Fyrireikararnir av Bylgju Cup 2014 takk stuðlum og hjálparfólkum sum gjørdu tað møguligt, at hava stóru innandurakappingina í dø-gunum 27. -29. desember.

Áleið 500 leikarar lut-tóku í kappingini hesa-ferð. Gongst sum ætlað, so verður kappingin aftur næ-sta ár millum jól og nýggjár í KÍ høllini. Tær fyritøkur og stovnar, sum stuðlaðu Bylgju Cup 2014 vóru: Klaksvíkar Kommuna, Norðoya Sparikassi, Føro-ya Bjór, P/F JFK Trol, P/F Hvalnes, P/F Bakkafrost, FK, Pizza 67, Carthage, Gepetto, Kaffihúsið Fríða, Intersport og Norðlýsið.

Vit hava hugt eftir leikara broytingunum í Effodeildini í vetur.

Tilgongdin er størstí ÍF og NSÍHigartil hava ÍF og NSÍ ve-rið tey virknastu til at fingið nýggjar leikarar í hópin.

ÍF er tað liðið, sum hi-gartil hevur fingið mest styrk til Effohópin. Fimm leikarar eru komnir afturat hópinum hjá ÍF. Eisini NSÍ hevur verið virkið til at fingið leikarar, tí fýra nýg-gir leikarar eru komnir til NSÍ. Meistararnir úr B36 hava fingið tríggjar nýggjar leikarar. Og spurningur er bara um tíð, áðrenn KÍ fær triðja og helst eisini seina-sta styrkin hjá sær. Seinastu tíðina hevur Justice John royndarvant, men eingin avgerð var tikin við hansa-ra framtíð, tá blaðið fór til prentingar. Hjá uppflyta-runum báðum TB og FC Suðuroy, tykist greitt, at tey fara at styrkja liðið við fýra leikarum, har nøvnini tó

ikki eru komin uppá pláss enn. Helst kemur onkur tilgongd afturat hjá fleiri feløgum.

Trý feløg missa minst fýra leikarar EB/Streymur hevur higar-til mist flest leikarar. Seks leikarar eru ikki við í ár, sum spældu í seinnu hálvu í fjør. Møguliga økist hetta talið, tí framtíðin hjá flei-

ri leikarum er enn ógreið. M.a. kann tað henda, at hvørki Egil á Bø ella Marni Djurhuus spæla í ár. KÍ og NSÍ hava mist fýra leika-rar í part. Missir HB Heina Vatnsdal, so koma teir eisi-ni uppá fýra leikarar, sum ikki eru við, sum spældu seinasta kappingarár. Hjá fleiri liðum er framvegis ógreitt við fleiri leikarum og tí kann talið av mistum

leikarum økjast áðrenn kappingarbyrjan.

Fakta um tilgongd:5: ÍF (Adeshina Lawal, An-dré Olsen, Andy Olsen, Pe-drag Markovic og Sjúrður Jacobsen)

4: NSÍ (Jóhan Jacobsen, Jónleif Højgaard, Hákun Edmundsson og Andras Frederiksberg)

4: TB (Albert Adu um-

framt tríggir, sum ikki eru komnir uppá pláss enn)

4: FC Suðuroy (Fýra út-lendingar koma, men av-talurnar eru ikki komnafr uppá pláss enn)

3: AB (Álvur Christuan-sen, Kristin R. Mouritsen og Rógvi Poulsen)

3: B36 (Ibrahima Cama-ra, Hans Pauli Samuelsen og Robert Heðin Brockie)

3: KÍ (Mayowa Alli, Ev-

rard Blé og ein afturat, sum ikki er komin uppá pláss enn)

1: HB (Arnbjørn T. Han-sen)

1: Víkingur (Gert Han-sen)

0: EB/Streymur (Mest sannlíkt koma fleiri)

Fakta um frágongd:6: EB/Streymur (René Tór-garð, Gunnar Zachariassen, Gert Hansen, Hans Pauli Samuelsen, Høgni Madsen og Arnbjørn T. Hansen)

4: KÍ (Rodrigo Silva, Jóhan Jacobsen, Álvur Christiansen og Bárður J. Heinesen)

4: NSÍ (Christian Høg-ni Jacobsen, Andy Olsen, Jústines R. Hansen og Sjúrður Jacobsen)

3: HB (Tróndur Jensen, Kristin R. Mouritsen og Jóan Símun Edmundsson)

2: AB (Aleksandrs Ce-kulajevs og Leivur H. Jo-ensen)

1: B36 (Adeshina Lawal)1: Víkingur (Hallur

Hansson)1: ÍF (Jákup Mikkelsen)0: TB0: FC Suðuroy

Jákup Ósá

EB/STRE YMUR MISSUR MEST– NSÍ FÆR MEST

TØ K K TIL STUÐL A R AV BY LGJU CUP 2014

Page 6: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 20156

Anskar og Jóhanna førdu í 2014 heili 35 tons neyðhjálp úr Føroyum til eystur Evropa.

Anskar greiður frá at hjál-pararbeiði er sera víttfevnt.

Vit føra klæðir,brúksting, útgerð til sjúkrahús, ellis-heim, barnaheim, skúlar og hava smærri verkætla-nir sum suppukøk og onnur “mikroprosjektir” har vit hjálpa familjum so at hús eru tøtt og flógv tá veturin kemur eins og vit hjálpa einstøkum fólkum við at fáa heilsubót.

Eisini hjálpa vitkríggs-flóttum í Ukraina eins og fólki sum eru flýdd úr Ukraina til Moldova.

Í 2015 er ætlanin at økja um hjálpina í Ukraina, Moldova og í Rumenia.

Ein 40 fót bingja er klár at senda í vikuni full av sjúkrahús útgerð og útgerð til ellisheim.

Harafturat er um ca. 2 vikur enn ein 40 fót bingja

við klæðum til Moldova.Seinni í vár ferð bingja

og bussur avstað til somu lond, eins og til heystar fara bingjur og bussur avstað. Vit ferðast runt til sam-komur av ymsum slag har vit hava fyrilestur um hjál-pararbeiðið, so um onkur er sum hevur áhuga at vit koma á vitjan so er bert at kontakta okkum, sigur An-skar Hansen.

Til alt hettar arbeiði mangla tey hjálparfólk so um nak-ar vil hjálpa til so er bert at ringja til Jóhannu 221903 ella Anskar 282136

FØ R A NE YÐHJÁLP TIL MOLDOVA , UKR AINA ,RUMENIA OG PÓLL AND

L E I Ð A R I N

Millum annað hetta, segði kendi listamaðurin Edward Fuglø, sum gamlaárskvøld fekk handa heiðurgávu Nólsoyar Páls á Mentanarhúsinum í Klaksvík.

Tað var í veruleikanum ógvuliga frískt at hoyra orðini hjá Edwardi, her hann hugleiddi um gong-dina í okkara lokalsamfelag seinastu árini.

Mangan hoyra vit, at vit skulu vera kritisk, vit sku-lu finnast at, og vit skulu vísa á skeivleikar, tá ið samfelagsviðurskifti verða havd á lofti.

Tað er óivað rætt, í hvussu so er í ávísan mun. Men vandi er í hvørji vælferð, sum tikið verður til, tí fært tú ov nógv, so vera berini ikki so sjálvdan súr.

Áhugavert var at hoyra, hvussu ungi listaspírin hevði nøkta tørv sín fyri listini upp ígjøgnum ári-ni.

Hóast hann ongan iva lat vera um, at viður-skiftini langt ífrá vóru nøktandi tá hann sum smádrongur royndi seg við blíanti og pappíri, so dugdi listarliga stórmenni væl at síggja framsti-gini í millum onnur hansara ættarlið hava skapt í lokalum høpi í Klaksvík.

Edward Fuglø fór so langt sum at siga. : Ein kom-muna og ein býur, ið hugsa nýtt.

At mentanarøkið í býnum ikki kundi verið nógv betur samansett enn tað er ídag, er valla nakar, ið ikki kann taka undir við.

Hinvegin, samanlíkna vit dagin í dag við tíðina, sum Edward so meistarliga málaði fyri okkum um møguleikarnar hjá sær fyri skjótt hálvari øld síðani, so mugu vit saman við Edwardi sanna, at nógv er hent hesi seinastu árini innan mentan í Klaksvík og Norðoyggjum.

Handanin av heiðurgávu Nólsoyar Páls fór fram á Mentanarhúsinum, ella á posthúsinum, sum hú-sið hevur itið millum manna higartil.

Tað er at fegnast um, at Klaksvíkar Kommuna hevur ognað sær hendan søguliga bygningin á bestu adressu í býnum – Klaksvíksvegur nr. 1.

Vit síggja fram til tann dag, tá bygt er uppí post-húsið, og bygningurin av røttum fer at kunna kallast Mentanarhúsið í Klaksvík.

Øll innan listina í Norðoyggjum og vit onnur við áhuga fyri listini vóna at politikarar okkara í býráðnum halda tørn og fylgja løgdum ætlanum um Mentanarhúsið í Klaksvík.

Eg teknaði meg ígjøgnum barnaárini…

Page 7: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 2015 7

FØ R A NE YÐHJÁLP TIL MOLDOVA , UKR AINA ,RUMENIA OG PÓLL AND

Tað hevði glett okkum um familja, vinir og kenningar vildi hildið 50 + 50 ára føðingardagar okkara saman við okkum. Dagurin verður hildin í

Skálanum í Klaksvík 14. februar kl. 19.00.Vinarliga sigi okkum frá áðrenn 1. februar

á tel. 755907 ella 455907.

VinarligaKrisfinn og Maria Christiansen

Føðingardagur

TøkkHjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt vístu

samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, ommaog langomma okkara,

Anna Malena Hansen,

doyði og varð jarða.Takk til talarar, sangkórið í Betesda,

Sambýlið í Bøgøtu, Klaksvíkar Sjúkrahús, berararog gravarar, og øll sum hjálptu til við ervinum.

Takk fyri blómur og kransar, og takk til øllsum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað.

Familiuna vegnaJákup og Maria við familiu

20. február hevur hetta fitta vakra parið verið gift í 50 ár. Í hesum sambandið ætla vit at feiðra dagin í

Bygdarhúsinum í Leirvík fríggjadagin 20. febrúár kl 19. Um tit ynskja at gleðast saman við gullbrúðar-

parinum, eru tit vælkomin at melda tykkum til á tlf 603111, 222301, 222302 ella 227362 í seinasta lagið

fríggjadagin 13. február.Vit gleða okkum at síggja tykkum

Gullbrúdleyp hjá Matheu og Finnbjørn Hansen, Leirvík

Fríggjadagin 6. februar 2015 hava vit verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í Skálanum kl. 18.00Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við

okkum, verða vinarliga bíðin um at siga fráá telefon 456047 / 226047

ella e-mail [email protected] áðrenn 31. januar

vinaliga heilsan Sólgerð & Jógvan Jacobsen Klaksvík

Gullbrúdleyp

SG er ikki á tímatalvuni meiraSitur ikki á stólinumEingi fet í gonginiKnagin er berurEinki lyklaklirr

Skápið er myrktSkuffan er frystRúmið er tungt

Hillin er stillKaffi er beiskt

Tímaglasið er runniðLærarastovan er svørt

Blekkið er tornaðSkúlin grætur

Einki er, sum tað var

Skúlaklokkan ringirMen tíðin er steðgaðÍ morgin kemur ikkiMen vit mugu víðari

Vit sakna títt lyndiTína meining

Tína røddTíni málTítt íkastTítt smílTín látur

Títt skemtTína nærveru

Tína fyrireikingTína frálæru

Tín leiklutTína orku

Títt trúfestiTítt vinalag

Títt samstarvTítt hjálpsemiTítt hjartalag

Títt lív

Tú vart so livandiTú vart so nógv fyri mongTú dugdi at standa fremst

Tú hevði styrki at sita aftastTín partur lá ikki eftirMen tað ger hann nú

Fyrimyndin er stór

Vit eru fátækariHimmalin er ríkari

Takk fyri tíðinaTakk fyri minniniTakk fyri vónina

Takk fyri alt

Starvsfelagarnir

Til minnis umokkara kæra starvsfelaga

Sonju Gleðisheygg

Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu oghjálpsemi, tá okkara kæri maður, pápi, verpápi,

abbi og langabbi

Eivind Niclasenføddur 16.07.1918, deyður 14.08.2014

doyði og varð jarðaður.

Takk til starvsfólkið á heiminum við Vágna, ið vóruso góð við hann, og har treivst hann væl.

Takk fyri góð og troystarrík orð á kapellinum ogí Betesda. Takk til berarar og spælara. Takk til tykkum sum skipaðu fyri ervinum í Betesda, og fyri alla hjálp í

hesum sambandi. Takk fyri blómur, kransar ogpeningagávur til Akurin. Takk til tykkum øll,

oð fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.

VinarligaElly

Karolina, Ólavur og Ragnar v/familjum

Tøkk

Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi við deyða og jarðarferð hjá okkara

elskaði pápa, abba og langabba

Tummas Theodór Tómasson, f. 06.08.1930 – d. 17.12.2014,

Ein serlig tøkk til starvsfókini í heimarøktin, og deild M, ið vóru um hann teir seinastu dagarnir. Vit takka Pól Johannesen og John Høj fyri troy-

starrík orð í kapellinum. Stóra tøkk til Hanus prest fyri vakra talu og hjálpsemi. Tøkk til kirkjutænara, urguleikara og sangarar. Til Andras Sólstein fyri

vakran hornblástur í Kirkjuni. Hjartaliga takka vit eisini tykkum øllum, ið hjálptu til jarðarferðini

og ervið. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.

Familjunna vegnaJórun, Kjartan og Baldur

Tøkk

Page 8: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 20158

Leygardagin 24. januar verður

Heini Mohr60 ár

Dagurin verður hildin í Skálanum kl 19.00.

Tey, ið ynskja at hátíðar-halda dagin saman við okkum, verða vinarliga

biðin um at siga frá áðrenn 21. januar

á telefon 223011 [email protected]

Vígslan verður í Miðvágs kirkju kl.14 og opið hús verður í bygdarhúsinum í Miðvági kl.18

Tey ið ynskja at gleðast saman við okkum hendan dagin, verða biðin um at siga frá, áðrenn 30. januar

á tel. 223305 ella 222331ella á mail [email protected]

BrúdleypLeygardagin 14. feb. giftast Dora Johan-nesen, Miðvágur og Martin Simonsen, Hvannasund.

25 jan Christianskirkjan kl.11.00 Hanus á Gørðum altarg.

27 janChristianskirkjan kl.17.30 Skrúvugudstænasta Hanus á Gørðum

1 febr. Christianskirkjan Kl.11 Henning Bøgesvang

6 febr. Christianskirkjan Kl.15 Hugnaløta Marianna Debes Dahl Marianna lesur úr egnum bókum sínum, “ Meðan løtur líða”

8 febr.Christianskirkjan Kl.11 Maria J Niclasen Talvan gongur fyri Kirkjuligu Heimamis-sióninaÁrnafjørður kl.11.00 Hanus á Gørðum Steingjakórið í KFUM&K luttekur Talvan gongur fyri Kirkjuligu Heimamis-siónina

15 febr. Christianskirkjan kl.11.00 David Johannesen

Kunoy kl.12.00 Hanus á Gørðum altarg.

18.febr.Húsar kl.20.00 Føstugudstænasta Sonja Klein

19 febr . Christianskirkjan kl.20 FøstugudstænastaOvi Brim

22 febr.Christianskirkjan Kl.11 Familjugudstænasta Hanus á Gørðum

24 febr.Christianskirkjan Kl.17.30 Skrúvugudstænasta Hanus á Gørðum

25 febr.Syrðadalur kl.20.00 Føstugudstænasta Martin R Jacobsen

26 febr. Christianskirkjan Kl.20.00 Føstuguðstænasta Havstein KleinÁrnafjørður kl.19.00 Føstugudstænasta Pól Johannesen trúboðariKunoy kl. 20.15 Føstugudstænasta Pól Johannesen trúboðari

Gudstænasturí Norðoya vestara prestagjaldi

A LT TAÐ TÚ IK K I V ISTI UM: NÁT TARSVØ VN, GR ÁT OG Ø ÐI HJÁ B Ø RNUM11. februar verður áhugaverdur og viðkomandi fyri-lestur í Løkshøll um evnið: “Alt tað tú ikki visti um náttarsvøvn, grát og øði hjá børnum”, har m.a. verður viðgjørt, hvønn leiklut svøvnur og kenslur hava í menningini hjá barninum, og hvussu tey vaksnu, ið eru um barnið kunnu møta barni-num, og handfara grundleggjandi tørvin hjá barni-num á skilabesta hátt. Tað er Mette Schatter Carendis úr Danmark, ið kemur at hava fyrilesturin.

Mette Schatter Carendis er útbúgvin cand. mag í heimspeki og sálarfrøði frá Roskilde Universiteti. Umframt tað er hon trans-personlig facilitator frá skúlanum i trans-persónli-gum sálarfrøði. Hon er ei-sini ”certificeret rådgiver” í Aware Parenting, sum er ein hugvísindalig hug-sjón innan barnasálarfrøði. Mette hevur arbeitt nógv við børnum, og leiklutin, ið kenslurnar hjá børnu-num hava á lív teirra. Eisini hevur hon skrivað bók um barnasálarfrøði, ið verður útgivin í næstum. Bókin er um, hvussu vaksin, foreldur og starvsfólk á stovnum kunnu skilja kenslulívið hjá barninum og hjá tí unga, soleiðis at tann vaksni be-

tur er førur fyri at møta barninum við kærleika og virðing, og skilja tørvin hjá barninum.

Fyri hvønn er fyrilesturin viðkomandi?Fyrilesturin er viðkomandi hjá øllum námsfrøðingum, hjálparfólkum, stuðlum og starvsfólkum innan barna-ansing og stovnum og forel-drum at børnum í aldrinum 0 – 7 ár. Tó eru øll, ið hava áhugað í smábarna-, og bar-nasálarfrøði vælkomin.

Fyrilesturin umfatar m.a.:

1. Hví eru smábørn/børn órólig, tá ið tað nærkast songartíð?

- Her verður komi inná ymsu orsøkirnar til, hví børn eru órólig um son-gartíð, og tú fært amboð til at handfara tað.

2. Hví vakna smábørn so oftani um náttina?

- Nógv foreldur uppliva at barnið (yvir 6 mðr.) vaknar oftani um náttina. Eitt av úrslitinum kann tí verða, at mamman endar við at geva barninum bróst oftari enn ætlað. Mette kemur inná, hví hetta er, og hvat tú kanst gera við hesa avbjóðing.

3. Tannáringar og svøvnur: Hví eru tey so tor-før at fáa upp?

- Tað eru góðar orsøkir til at tannáringar eru tungir at

fáa upp, hetta komið eg eitt sindur inná. Fyrilesturin er mest um børn millum 0-7 ár, so hetta verður eitt stutt innlegg.

4. Hví ger barnið ikki sum eg sigi?

- Tað kunnu verða nógvar konfliktir við børn 2-5 ár. Hetta kann viðføra at tann vaksni endar við at revsa barnið, við “Time-out” (isolerar barnið) í reinari desperatión yvir at barnið ikki aktar. Eg fari at greiða eitt sindur frá hesum, og koma inná aðrar hættir at møta barninum.

5. Barnið slær, bítur og verður illsint – hví hendir tað, og hvat geri eg við tað?

- Øll børn vísa til tíðir oyðandi atferð. Serligani børn millum 1½ - 5 ár, fáa til tíðir illsinnisherðindi. Mette gevur tær vitan um, tað er so, og hvussu tú kanst handfara tað.

Hetta eru bert nøkur av tingunum Mette kemur inná í sínum fyrilestri.

Mette hevur ráðgivið nóg-vum foreldrum og starvs-fólkum við truplum av-bjóðingum, viðvíkjandi smábørnum, børnum og barnauppaling, og hon he-vur havt nógvar fyrilestrar um ymisk evni innan bar-na- og smábarnasálarfrøði. Eisini hevur Mette verið

sum serfrøðingur í donsku miðlunum m.a. TV2.

Hvar: Løkshøll, Runavík Nær: Mikudagin 11. Fe-bruar frá kl. 9.30 til kl. 16.00.

Atgongumerki og kost-naður: Atgongumerki kann keypast á heimasíðuni www.ebillett.fo og kostar 850 kr. - Prísurin umfatar morgunmat, ábit og frokost, umframt tilfar úr nýggju bókini hjá Mette Schatter Carendis.

“Ein av høvuðs-orsøkunum til, at okkara ungu hava tað so torført, ella tað, at vit hava tað torført við teimum, er tí vit ikki skilja hvønn leiklut og ávirkan kenslur teirra hava. Tí koma vit eitt sindur skeivt inná hvønn annan”

– Mette Schat-ter Carendis

Page 9: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 2015 9

Brúdleyp

Page 10: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 201510

VIT FEGNAST UM AVRIKINI – OG ARBEIÐA MIÐVÍST VÍÐARI

Fyrra hálvan av valskeiðnum hjá sitandi býráð hevur roynst væl, og vit fara við góðum treysti undir seinnu hálvuna

Seinastu tvey árini hava Sjálvstýrisflokkurin, Tjóðveldi og Javnaðarflok-kurin mannað meirilutan í Klaksvíkar býráð.

Eg fekk ábyrgdina at le-iða samstarvið sum borgar-stjóri, og nú fyrra hálvan av valskeiðnum er farin af-turum, kunnu vit líta aftur á tvey ár við fyrimyndarli-gum samstarvi og góðum avrikum.

Fleiri stór og týðandi mál,

sum hava bíðað eftir loysn í nógv ár, eru loyst, og ítøki-ligar ætlanir settar í verk. Eitt nú er byggingin av nýg-gjum fólkaskúla byrjað, og hetta er størsta verkætlan, sum Klaksvíkar kommuna nakrantíð hevur sett í verk. Spakin er eisini settur í til nýggjan miðbý, og har fara vit síggja ítøkiliga bygging komandi tíðina.

Meirilutin í Klaksvíkar býráð setti sær eisini fyri at

lætta um umstøðurnar hjá barnafamiljunum, at skapa vinnuligan vøkstur, at tryg-gja fólkavøksturin og veita eina enn betri tænastu til okkara borgarar.

Vit hava gjørt nógv góð átøk hesi fyrstu tvey árini, og vit hava framt fleiri av okkara vallyftum. Arbeitt verður víðari við øðrum æt-lanum, sum skulu førast út í lívið komandi tvey árini.

Á hesum síðum verður

nortið við nakað av tí, sum arbeitt hevur verið við sei-nastu tvey árini, og staðfest verður, hvussu støðan er í Klaksvíkar kommunu, nú vit eru farin um hálva leið í hesum valskeiði.

Jógvan Skorheim,Borgarstjórií Klaksvíkar kommunu

Klaksvíkarkommuna hevur trimmað raksturin, styrkt fíggjarstýringina og megnar at gjalda skuldina niður, samstundis sum stórar og týðandi íløgur verða gjørdar í kommununi.

Tað hevur gingið væl hjá Klaksvíkar kommunu fíg-gjarliga seinnu árini. Síðan kreppuna í 2008, sum eisini ávirkaði inntøkur og raks-turin hjá Klaksvíkar kom-munu, hevur gingið støðugt framá.

Ein týðandi orsøk til het-ta er, at nógv av tí virkse-mi, sum lá stilt eitt skifti í 2008, kom í gongd aftur, vinnulívið hevur ment seg munandi, tænastuvinnan er styrkt, og virksemið í up-psjóvarvinnuni hevur havt jaliga ávirkan á alt samfela-gið – eisini lokalsamfelagið hjá okkum.

Arbeiðsloysið er minkað niður í nærum einki, og hetta sæst eisini aftur í inn-tøkunum frá persónsskatti hjá Klaksvíkar kommunu.

Inntøkurnar hjá Klaks-víkar kommunu vaksa støðugt, men tað verður mangan sagt, at tað er verri at stýra í góðum tíðum enn

í ringum, tí í fíggjarliga góðum tíðum er ferðin høg, krøvini nógv og trýstið stórt á tey, sum skulu stýra almennu kassunum.

Hesar veruleikar hava vit í huga í okkara fíggjarpo-litikki, so vit ikki fara at halda, at alt ber til fyri at tekkjast veljarum. Heldur skulu vit brúka hóvsemi og umhugsni fyri, hvussu vit tryggja kommununa best fíggjarliga.

Fíggjarstýringin styrktSeinastu tvey árini hava vit miðvíst arbeitt við at trim-ma raksturin og styrkja fíg-gjarstýringina hjá Klaks-víkar kommunu.

Hetta hevur millum an-nað havt við sær, at gjald-førið hjá Klaksvíkar kom-munu er munandi styrkt – kommunan eigur nú 15 milliónir krónur í tøkum

peningi aftur ímóti 2,9 milliónum krónum fyri nø-krum árum síðan.

Betri fíggjarstýring og gjaldføri hava við sær, at Klaksvíkar kommuna kann virka meira fleksibult og kann reagera skjótari upp á viðurskifti í samfelagnum.

Klaksvíkar kommuna hevur eisini tikið stig til, at rokningar, sum verða sendar kommununi, verða skjótari goldnar. Hetta er eisini við til at lætta um og styrkja lokala vinnulívið.

Fleiri stórar verkætlanir eru settar í gongd – mil-lum annað skúlabyggingin og nýggi miðbýurin – men hetta verður gjørt undir tryggum fíggjarligum um-støðum.

Klaksvíkar kommuna tekur eingi nýggj lán til hesar verkætlanir, men í eitt tíðarskeið verður kom-

munuskattaprosentið hæk-kað 0,5 prosentstig fyri at gjøgnumføra skúlabyg-gingina.

Klaksvíkar kommuna megnar at gjalda hesar út-byggingar, so hvørt tær verða framdar.

Samstundis sum Klaks-víkar kommuna hevur sett stórar og týðandi verkætla-nir í gongd, megnar kom-munan at gjalda niður av kommunuskuldini, sum nú er langt undir einari álík-ning. Tá ið tað stóð ringast til við skuldini, var hon tríggjar álíkningar, og tá var kommunan sett undir umsiting av landinum.

Nú er støðan ein heilt on-nur – og Klaksvíkar kom-muna er fíggjarliga væl brynjað til framtíðina og komandi avbjóðingar og møguleikar.

TRYGG OG GÓ Ð FÍGGJA RV IÐURSK IF TI

Umfatandi barnalætti ger góðan mun í geran-disdegnum hjá barna-familjunum, sum hava fingið meira pengar at ráða yvir.

Í fjør vórðu stig ti-kin til størsta lættan, ið nakrantíð er givin til barnafamiljurnar í Klaksvíkar kommunu. Hetta varð gjørt við at lækka gjaldið á barna-garðsplássum, hækka systkinaavslátturin og hækka barnafrádráttin.

Henda lætta fara vit at útbyggja, so tað verður enn bíligari at hava børn í Klaksvíkar kommunu í 2015.

Frá 1. januar 2015 fær ein familja, við ei-num barni í vøggustovu og tveimum børnum í barnagarði, ein sam-laðan lætta á umleið kr. 18.000,- um árið – ella ein mánaðarligan lætta á umleið kr. 1.500,-

Hetta eru pengar, sum barnafamiljurnar fáa at ráða yvir í gerandisdeg-num – og tað ger stóran mun.

Samanbera vit hetta

við tað hálva prosentið, sum kommunuskatturin hækkaði á nýggjárinum, kemur ein familja (kona og maður), ið hevur eina samlaða skattainntøku á kr. 600.000, at gjalda íalt kr. 225,- meir um mánaðin í kommunus-katti.

Tí er tað ikki rætt, tá ið tað verður ført fram, at tann lættin, sum vit í býráðsmeirilutanum hava sett út í kortið, nú verður tileinkisgjør-dur við at hækka kom-munuskattin við einum hálvum prosenti.

Endamálið við bar-nalættanum er at gera tað liviligari hjá smá-barnafamiljum, sum her búgva. Tær koma at hava eitt størri fíggjarligt avlop, sum vil geva tei-mum eitt størri rásarúm í gerandisdegnum.

Harafturat fáa smá-barnafamiljur, ið skulu flyta heim, møguleikan at velja Klaksvík av fíg-gjarligum orsøkum fram um aðrar kommunur. Hetta vil verða við til at skapa fólkavøkstur og eina sunna kommunu.

B A RN A L Æ T TIIÐ MUN A R

Page 11: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 2015 11

VIT FEGNAST UM AVRIKINI – OG ARBEIÐA MIÐVÍST VÍÐARI

Byggingin av nýggjum fólka-skúla er størsta verkætlan hjá Klaksvíkar kom-munu nakrantíð

Klaksvíkar kommuna he-vur tikið slóðbrótandi stig á fólkaskúlaøkinum í hesum valskeiði.

Eftir drúgt og gott for-arbeiðið varð samtykt at leggja báðar fólkaskúlar-nar í Klaksvík saman í ein skúla. Hetta verður gjørt fyri at samskipa skúlaska-pin meira, fáa meira burtur úr fíggjarligu orkuni og

ikki minst styrkja frálæru-na til børnini. Stutt sagt at styrkja fólkaskúlan og flyta hann fram í tíðina.

Ein týðandi partur av skúlasamanleggingini er byggingin av nýggjum

skúla, sum nú er farin í gongd. Spakin er settur í til fyrsta byggistig, sum kostar 106 milliónir krónur og verður liðugt í 2018.

Hetta er størsta verkæt-lan, sum Klaksvíkar kom-

muna nakrantíð er farin í holt við, og hon verður gjørd uttan lántøku, sam-stundis sum kommunan megnar at gjalda skuld niður. Tí kann staðfestast, at hendan verkætlanin

gjørd undir tryggum fíg-gjarligum umstøðum!

Við hesari bygging fáa vit ein enn betri skúla til okka-ra børn – hetta er eitt stórt frambrot fyri okkum øll, og eitt tað týdningarmesta

málið, sum hesin býráðs-meirilutin hevur loyst.

Klaksvíkar kommuna he-vur bæði nettotilflyting og burðaravlop

Síðan 2010 er fólkatalið í Klaksvíkar kommunu støðugt vaksið.

Í sambandi við afturgongd í fólkatalinum var eitt arbeiði við vakstrarætlan gjørt. Hetta arbeiðið skuldi millum annað

slóða fyri øktum virksemi og fólkavøkstri í Klaksvíkar kommunu.

Síðan vakstrarætlanin var gjørd, er fólkatalið vaksið ár um ár.

Seinasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya vísir, at fólkatalið í Klaksvíkar kom-munu farna ár vaks við 0,7 prosentum. Klaksvíkar kom-

muna hevur bæði nettotilfly-ting og fitt burðaravlop.

Klaksvíkar kommuna fer framhaldandi at skapa um-støður fyri fólkavøkstri, og útlit eru eisini fyri, at tey átøk, ið gjørd eru seinastu tvey ári-ni, og tær ætlanir, sum nú eru settar í verk, fara at hava við sær fólkatilflyting og –vøks-tur komandi árini.

FÓLK ATA LIÐ V EKSUR

NÝGGJUR SKÚLI TIL FR AMTÍÐINA

Síðan august mánað í fjør hava býarbus-sar koyrt í Klaksvík, og tað hevur verið ókeypis at brúka bussarnar.

Bussleiðin hevur fingið sera góða móttøku, og serliga eru tað børn og tey eldru, sum hava

brúkt nýggju tænastuna, sum hinvegin eisini hevur lætt um gerandisdagin hjá nógvum bar-nafamiljum.

Vallyftið um býarbussin varð hildið, og borgarar í Klaksvíkar kommunu hava fingið stóra gleði av nýggju tænastuni.

BÝA RBUSSURIN GER GÓ ÐA N MUN

Page 12: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 201512

Nú er bygging í nýggja miðbý-num í Klaksvík farin í gongd – og hetta skapar stórar møguleikar fyri býin og lokaløkið

Í fleiri áratíggju hevur ve-rið tosað um at gera nýg-gjan miðbý í Klaksvík við grundarlagi í økinum á Sandinum. Fleiri ætlanir eru lagdar um, hvussu hetta kundi gerast, men ongar av teimum hava borið á mál – ikki fyrr enn nú.

Nýggja ætlanin, sum si-tandi meiriluti í Klaksvíkar kommunu hevur brúkt nóg-

va tíð og orku at arbeiða við, hevur givið ítøkilig úrslit.

Fyrsta byggingin í nýggja miðbýnum er sett í gongd, og hon fer at hava við sær 36 nýggjar íbúðir, sum Bústaðir byggja, og nýtt høvuðssæti hjá BankNor-dik í Klaksvík.

Samstarvið um hesa ver-kætlan hevur verið sera

gott, og fleiri partar eru við í ætlanini.

Ein partur av miðbýaræt-lanini er eisini, at felagið Christian í Grótinum he-vur keypt bygningin hjá BankNordik við Klaks-víksveg, og í bygninginum skulu tænastur innan heilsu og umsorgan savnast.

Hetta hevur eisini ta av-leiðing við sær, at ætlanin

at gera Posthúsið til menta-narhús verður meira ítøki-lig, tí Heilsutrygd flytir úr tí bygninginum og í nýggja heilsu og umsorganarhúsið, har eisini Barnaverndar-tænastan, Námsfrøðiliga Ráðgevingin, Sernám og Gigni skulu halda til.

NÝGGJUR MIÐBÝ UR VERULEIKI

Page 13: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 2015 13

Vinnulívið í Norðoyggjum hevur tað gott, og arbeitt verður støðugt at betra um karmarnar hjá vinnulívinum.

Tað er hugaligt at síggja, hvussu vinnulívið í Klaks-víkar kommunu spílar seg út og mennist. Virksemið er stórt, hugskotini mong, og evnini góð at vinna pengar burtur úr hugskotum.

Klaksvíkar kommuna hevur seinnu árini gjørt nógvar útbyggingar á vin-nuøkinum – í 2013 vórðu til dømis 40 metrar av keikan-ti gjørdir afturat við Klaks-víkar Sleipistøð – men brúk er sjálvandi fyri áhaldandi útbyggingum og betringum av karmunum.

Framtíðar ídnaðarøkið verður á Borðoyavík – ut-tan fyri bátahylin – og har skal øki verða tøkt til allar fyritøkur, ið hava hug at

byggja. Onkrar vinnuligar byggingar verða eisini gjør-dar norðuri á Strond, har økið er tøkt at byggja á.

Í næstum skal vinnulívs-politikkur fyri Klaksvíkar kommunu orðast og setast í verk. Hetta skal gerast fyri at skapa eina enn meira miðvísa menning av vin-nulívinum í kommununi.

Vit kunnu eisini fegnast um, at nýggj átøk bera ávøkstur: Í ár koma heili 15 stór ferðamannskip til Klaksvíkar.

Nýggjar íbúðarbyggingar gera bústaðar-marknaðin í Klaksvíkar kommunu meira fjøltáttaðan.

Tað hevur verið harðliga brúk fyri einum mei-ra fjøltáttaðum bústaðarmarknaði í Klaksvík, og eisini á hesum øki hendir nakað.Bústaðir hava fingið ein virknan leiklut í

samstarvi við kommununa, landið og onnur at byggja íbúðir í Klaksvík.Nú er spakin settur í til bygging av 36 íbúðum í nýggja miðbýnum, og hetta verður eitt veruligt frambrot fyri Klaksvík.Íbúðir verða eisini bygdar til fólk við sker-dum førleika ella serligum avbjóðingum í Klaksvíkar kommunu. 12 íbúðir verða við

Mylnutún og 8 við Heygavegin og Kráargøtu. Hetta eru íbúðir til fólk, ið ikki megna at vera í egnum húsum.Klaksvíkar kommuna hevur í løtuni grundstykki tøk Millum Hjalla til fólk, ið ætla sær at byggja egin hús.Ælanin er eisini at fáa gongd á bygging av lestraríbúðum í hesum valskeiðnum.

N ÝGGIR BÚSTA ÐIR

VINNULÍVIÐ BLÓMAR

Page 14: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 201514

Page 15: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 2015 15

Nú fara nøkur nýggj skeið at byrja í Kv-øldskúlanum. Serliga gleðiligt er, at tilboðið fyri útlendingar, verður mun-andi styrkt.

Í lýsing í blaðnum sæst hvørji skeið verða lýst m.a. vælumtóktu summarskeiði-ni á Syðradali hjá Paulinu M. K. Eliasen, sum altíð pla-ga at verða fullteknað. Eisi-ni fer býargartnarin Hans Hjalti Skaale at hava eitt urtagarðsskeið aftur. Vide-oskeið í hølunum hjá Raclip er eisini við og mangt an-nað. Erik Biskopstø fegnast um, at Kvøldskúlin kann bjóða eina breiða viftu av

tilboðum til borgararnar. Serliga gleðiligt er tað, at nú verður tilboðið fyri út-lendingar styrkt munandi, og at fólk annars sum heild taka væl undir við teimum mongu tilboðunum, sum Kvøldskúlin bjóðar fram.

Tilboðið fyri útlendingar styrktÍ fjør samtykti Løgtingið, at undirvísingin fyri út-lendingar skuldi fáa størri játtan, og tað fer at síggjast aftur nú í tilboðnum, sum verður gjørt í samstarvi við Mentamálaráðið. Vanliga hava útlendingar gingið eitt kvøld um vikuna til undirvísing í føroyskum máli og mentan, sum he-vur verið býtt upp í tvey

stig eftir førleika. Men nú verður talan um tvey kvøld um vikuna, og undirvíst fer at verða í trimum ymiskum stigum, býtt eftir førleika. So í stuttum kunnu vit siga, at tilboðið verður munandi betra. Hetta verður gjørt í samstarvi við MMR, sum rindar lønirnar, ímeðan Kommunan fer at rinda undirvísingartilfar. Eisi-ni er hetta eitt sosialt og

samansjóðandi tilboð, sum útlendingarnir seta sera stóran prís upp á.

Kinga Eysturland undirvísir í russiskumÍ 2012 keypti Ivan Eystur-land hús í Klaksvík, og tá spurdu vit hann, um hann kundi hava eitt skeið í rus-siskum. Men hann bar seg undan, tí hann í sínum star-vi er so nógv burturstaddur,

men hann vísti til unnustu-na, sum nú er kona hanara, Kinga Eysturland. Hon var beinanvegin við upp á at hava eitt skeið, men hon ferðast eisini nógv. Hon hevði eitt stutt skeið fyrra árið, og nú fer hon so at hava eitt aftur.

Kinga er annars slektað úr Gdańsk í Póllandi og hevur drúgvar undirví-singarroyndir. Hon tók eina

Cand. Mag. í Scandinavi-an Studies við Universite-tið í Gdańsk og Danskt og Norðurlendskt við Univer-sitetið í Keypmannahavn. Hon tosar umframt pólskt flótandi russiskt, enskt og danskt. Eisini dugir hon eitt sindur av føroyskum. Hon lærdi russiskt sum barn frá mammuni, sum er russis-kur málfrøðingur.

GlaslistSum nakað nýtt fer Kv-øldskúlin at bjóða skeið í glaslist, og tað verður Gunnvá Dragabert, sum fer at undirvísa í tí. Kv-øldskúlin hevur keypt nýg-gja útgerð, sum krevst fyri at kunna hava eitt slíkt ske-ið, og tað er avmarkað at-gongd, tí fyrst eru bert átta sett keypt at arbeiða við glasi við. Men tað er ikki óhugsandi, at hetta kann út-byggjast, um undirtøkan er stór fyri glaslist.

VÁRSKEIÐ Í K VØ LDSKÚL ANUMKinga og Ivan Eysturland

Paulina og næmingar á summarskeiði á Syðradali

Nakrir av útlendingunum, sum ganga á Kvøldskúla

Page 16: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 201516

Page 17: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 2015 17

- Tað tykist, sum øll eru samd um, at støðan í dag ikki er góð fyri nakað sum helst. Og øll, sum eg komi í samband við, ynskja í veruleikanum frið mil-lum londini. Tí kann tað verða trupult at skilja, hví støðan er soleiðis, sum hon er í dag. Tað sigur Rógvi Hammer, hvørs starv er at tryggja rættindini hjá teim umleið 250 eygleiðaranum, sum felagsskapurin OSCE hevur sent til Ukraina at halda eitt vakið eyga við støðuni, sum hon er í dag millum Rusland og Ukra-ina.

Tey flestu av okkum hava helst á ein ella annan hátt fylgt eitt sindur við í stríðnum millum Rusland og Ukraina. Men fyri 28 ára gamla søldfirðingin Rógva Hammer er stríðið millum londini ein verule-iki, sum hann hvønn dag skal taka støðu til. Hann situr á løgfrøðiligu deildini

á høvuðsskrivstovuni hjá stóra felagskapinum OSCE í Wien, har hann í høvuðs-heitum tekur sær av teim løgfrøðiligu avbjóðingu-num, tá eygleiðarar uttan úr heimi skulu sendast inn í Ukraina at fylgja við støðu-ni, sum hon er í løtuni mil-lum Ukraina og Rusland.

Starvið hjá Rógva er eitt sonevnt praktikstarv, sum hann fekk bjóðað eftir loknan lesnað. Rógvi fekk lærupláss hjá Norðoya Spa-rikassa í 2006 og fór eftir lærutíðina á universitet í Machester, har hann tók eina grundútbúgving í løg-frøði. Eftir hetta fór hann víðari til Wien, har hann fyri stuttum er liðugur við eina master-útbúging í In-ternational Legal Studies. Í samband við seinastu úbúg-vingina fekk hann bjóðað praktikstarv á løgfrøðili-gu deildini hjá OSCE; eitt starv, sum fleiri lesandi úr øllum heiminum søktu um

at fáa.- Eg eri ótrúliga glaður

og takksamur fyri at fáa hendan møguleikan og havi sett mær fyri at arbeiða hart teir komandi mánaðirnar. Tíbetur sær tað út til at gan-ga væl hjá mær, so hetta er avgjørt ein stórur møgulei-ki, sum gevur mær nakrar góðar royndir, sigur Rógvi.

OSCE er ein politis-kur felagsskapur og sten-dur fyri Organisation for Security and Co-operation in Europe. Endamálið hjá felagsskapinum er at ar-beiða fyri tryggleika og samstarvi í øllum Evropa. Sambært OSCE er virðing fyri rættindunum hjá einst-aka menniskjanum størsta fortreytin fyri trygd og at fyribyrgja ósemjum mil-lum lond. Limalondini í OSCE binda seg sostatt til meginreglur sum demo-krati og virðing fyri man-narættindum.

Evropeisku londini,

USA, Kanada og miðasia-tisku londini eru øll lima-lond í OSCE.

Felagsskapurin er eitt umráðandi forum fyri po-litiskum samskifti og ger samstundis aktivt kan-ningararbeiði, hvørs en-damál er at tryggja demo-krati og støðufestí øllum Evropa.

OSCE hevur høvuðs-skrivstovu í Wien og he-vur tætt samstarv við fleiri altjóða felagsskapir sum ST, ES og NATO.

Tú kanst lesa áhugaverdu greinina um 28 ára søld-firðingin Rógva Hammer, sum fór frá læruplássi í Norðoya Sparikassa til høvuðskrivstovu hjá stórum evropeiskum felagsskapi í blaðnum, sum kemur út hesa viku-na.

Mánadagin var fyr-stu ferð ein føroyskur sjúklingur við nýrasteini, viðgjørdur í Føroyum og hetta er eitt stórt framstig fyri fólk við nýrasteini, sum annars hava verið noydd at ferðast til Dan-markar at fáa viðgjørdir.

Í yvirskipaðu ætlanini fyri føroyska sjúkrahúsverkið er eitt av ynskjunum at taka tær viðgerðir heim til Føro-yar, sum til ber at avgreiða her á landi. Tað er Jóhan Poulsen, urologur, sum í mong ár hevur starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, síðstu árini sum konsu-lentur innan urologi, ið hevur lagt lunnar undir hesa nýggju tænastu. Hann hevur sett fleiri sertænas-tur ígongd innan urologi-ska økið, og nú tað stóð

sjúkrahúsinum í boði, er tól til nýrasteinsknúsing fingið til vega í samstarvi við Aal-borg sjúkrahús.

Jóhan Poulsen hevur sjálvur ábyrgdina av við-gerðini, sum starvsfólk í røntgendeildini á Klaks-víkar Sjúkrahúsið annars standa fyri.

Sum skilst er hetta gleði-lig tíðindi fyri nógvar før-oyingar, sum annars eru sendir uttanlands at av-greiða hendan pínufulla trupulleika. Fyrimunir-nir eru sjálvsagt ferðing, sjúkradagar, uppihald um-framt gjaldið, ið heilsuver-kið má rinda fyri viðgerði-

na.

Eitt stórt framstigJóhan Poulsen sigur at fyri sjúklingarnar er hetta eitt sera stórt framstig tí hig-artil hava føroyingar ve-rið noyddir at ferðast fleiri ferðir fyri at fáa viðgerðina í Danmark og tað kostar

arbeiðstíð, ferðing og ikki minst sjúkramelding. Nú er ikki neyðugt hjá føroy-ingum at sjúkramelda seg fyri at fáa hesa viðgerð. Tey skulu bara møta á Klaks-víkar Sjúkrahúsið og tey sleppa heim beint eftir við-gerðina.

Nýrasteinsknúsarin er

ein gáva frá Sjúkrahúsi-num í Aalborg, sum hevur fingið nýggjan nýraknúsa-ra og árliga eru umleið 50 føroyingar sum hava tørv á viðgerð í samband við nýrastein.

Norðlýsið slapp at taka myndir tá nýggja útgerðin bleiv brúkt fyri fyrstu ferð í morgun og hóast Jóhan Poulsen var við, so verður sjálv viðgerðin framd av radiologi.

Jóhan Poulsen sigur at honum nýtist bert at verða tøkur við eina teldu og sam-skifta elektroniskt við radi-ologin, og kann tí sjálvur verða staddur í Danmark ella London har hann ar-beiðir dagliga, tá viðgerðin verður framd á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.

28 ÁR A G AMLI RÓGVI HAMMER- TRYGGJAR RÆT TINDI HJÁ E YGLEIÐARUM Í UKRAINA

FR A MBROT F Y RI FØ ROYSK A R S JÚK LING A R Á K L A KSV ÍK A R S JÚK R A HÚSIÐ

Sí fleiri myndir á www.nordlysid.fo

Page 18: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 201518

Eg lat meg ikki í klæðini – men fór beinleiðis ímaskinrúmið at sløkkja

90 ára gamli Andrias Sundskarð sigur frá:

Millum annað tað, sigur Andri-as Sundskarð í sjóforhoyrinum eftir at Skála-nes var sokkin. Skipið sakk tíðliga 18. Juli 1961 og longu 25. Juli kl. 9 um morgunin er sjóforhoyr á sýsluskrivstovu-ni í Klaksvík.

Umframt sýslumannin og Ragnar Samuelsen, sum rætsvitni, møtti Erik Las-sen, navigatørur og sjóræt-tarlimur.

Nú, aftaná at skiparin, John William Joensen he-vur vitna í rættinum, er Hans Eliesar Fjalsbak fyri tørni. Hans Eliesar hevur vakt tá eldur kemur í, tí verður hann helst hoyrdur áðrenn Andrias (Dia), sum var meistari.

Vit halda áfram við sjóforhoyrinum:

2. meistari, ella smyrja-rin, sum tað tá nevndist, Hans Eliesar Poulsen (Fjallsbak) greiddi sole-iðis frá í sjórættinum:

17. juli um kvøldið hevði

eg vakt. Um 22 tíðina hevði eg reinsað wc, sum hevði verið tipt, og til arbeiðið hevði eg brúkt sterkaru spulipumpina frá ljósmo-torinum í stýriborðssíðu. Kl. 22 hevði eg steðgað motorinum.

Tá eg so hevði staðið við snøri eina løtu, bleiv rópt á meg um at roykur kom úr maskinrúminum. Eg sá beinanvegin, at eldur var í maskinrúminum í aftur-kantinum av motorinum í stýriborðssíðu. Tað sá út til, at eldurin kom upp ímillum dýrkið og maskinuna.

Eg fór beinanvegin up-paftur og segði frá eldinum og vildi hava spulislanguna niður. Hendan bleiv drivin av einnum elmotori í bak-borðssíðu í maskinrúmi-num.

Eg spulaði eldin, og tað vísti seg, sum um at eldurin minkaði. Men orsakað av

royki og hita kundi eg ikki vera verandi í maskinrúmi-num. Tá eg kom uppaftur, fór maskinmeistarin niður og brúkti, eftir tí eg veit, skúmsløkkjaran, sum hekk í maskinrúminum.

Men orsakað av hita og royki mátti eisini hann skjótt uppaftur.

Tá Petur á Gørðunum legði upp á síðuna á ok-kum, fingu vit tvær slangur, sum blivu koyrdar niður í afturlastina. Tá sluppu vit ikki til hurðina til maskin-rúmið.

Frá tí, vit varnaðust eldin, og til vit fóru av skipinum, gekk gott og væl hálvur tími.

Tríggir skúmsløkkjarar vóru umborð. Ein í maskin-rúminum, ein í lugarinum og ein í kahyttuni.

Stutt eftir at vit vóru komnir umborð á Pe-tur á Gørðunum, var ein

spreinging umborð á Skála-nesi.

Alt, ið bjargað var av skipinum, var annar bjar-gingarbáturin. Eg fekk ongi klæði við mær. Eg búði í kahyttuni.

----

Síðani segði Andrias Sundskarð, maskinmei-starin, frá tí, hann hevði upplivað:

Hin 17. Juli 1961 hevði eg frívakt frá umleið kl 21.00.

Eg var vist akkurat sovnaður, tá skiparin pur-raði meg út og segði, at el-dur var í maskinrúminum. Eg leyp úr koyggjuni, fekk ikki tíð at lata meg í, og fór niður í maskinrúmið. Har tók eg eldsløkkjaran, sum hekk á afturskottinum.

Nógvur eldur og nógvur roykur var í maskinrú-minum og hartil ógvuli-

ga heitt. Eg stóð á einum plattformi oman á høvuðs-motorinum og sproytaði á eldin við eldsløkkjaranum. Eldurin sýntist at minnka.

Tá eg ikki fekk luft, ors-akað av royki, mátti eg upp. Á veg upp gjøgnum ley-taran sló eg eldsløkkjaran ímóti og misti hann. Men tá var spulislangan løgd til hurðina og niður í maskin-rúmið.

Tá eg hevði fingið luft eina løtu, fór eg niður aft-ur við spulislanguni, men tá vísti eldurin seg at vera vaksin so nógv, at eg, ors-akað av royki og nógvum hita, var noyddur at fara upp aftur við tað sama.

Eg var síðani inni í ka-marinum hjá mær og tók klæðini, sum lógu á dýrki-num, og sum eg hevði verið í fyrr um dagin. So nógvur roykur var inni í gongini har tá, at ongin kundi vera

inni har. Komin út á dekkið legði

eg til merkis, at svartur roykur kom út úr luftrøru-num til oljutangarnar.

Vit høvdu verið í Før-oyingahavnini tveir dagar frammanundan og fylt tan-garnar við olju, tí var greitt fyri mær, at vandin var stórur fyri eini sproynging, og at sera vandamikið var at vera á afturskipinum.

”Petur á Gørðunum” kom tá og legði upp á síðuna á okkum , og vit fingu tvær spulislangur umborð frá teimum. Vit settu tær niður í afturlastina at spula ímóti skottinum til maskinrúmið.

Men eldurin bara vaks, og stutt eftir vórðu boð gi-vin um at fara av skipinum.

Tá vit fóru av skipinum, sóu vit svartan royk koma út kring flangsan til køli-vatnsrørið. Umleið 10 mi-nuttir til eitt korter aftaná,

Hans Eliesar Fjalsbak var smyrjari og hevði dekksvakt tá ið menn varnaðust eldin í maskinrúminum

Olgar Hansen vitnaði í rættinumErik Lassenvar sjó-rættarlimurtá sjóforhoyrifór fram.

Page 19: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 2015 19

90 ára gamli Andrias Sundskarð sigur frá:

Tunnafjall har ið Dia byrjaði sína maskinmeistara leið.

Petur á Gørðunum Skálanes

Skálanes

Tá ið John William Joensen, skipari á Skálanes, sendi út neyðarkall, rópti hann eisini á Petur á Gørðunum og Polarfarið. Skipari á Polarfarinum var verfaðir hansara Oliver í Gøtu (Thomsen). Men Petur á Gørðum var fyrr frammi hjá Skálanesi

Page 20: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 201520

Komandi blað ferð Dia at greiða frá um síni ár sum vaktarmaður í Føroyingahavnini

at vit vóru farnir umborð á Petur á Gørðunum, varð ein sproynging umborð á Skálanesi.

Uppá fyrispurning veit meistarin ikki, hví eldur er kyknaður umborð.

Onki óvanligt hevði verið við maskinuni ella aðrari installatión umborð á skipi-num, síðani teir vóru farnir úr Føroyum.

El-installatiónirnar høv-

du riggað, sum tær áttu…….

Esbern Christiansen var 1. stýrimaður og hann ge-iður soleiðis frá í Sjóræt-tinum á Sýsluskrivstovu-ni í Klaksvík:

1. stýrimaður, Esbern Malvinus Gudmund Chri-stiansen, segði, at hann stóð aftast í stýriborð og helt snørinum, tá hann hoyrdi róp um, at eldur var í ma-

skinrúminum.Tá sløkkiarbeiðið, ef-

tir umleið eitt korter, ikki vísti seg at geva úrslit, gav skiparin boð um, at bjar-gingarbátarnir skuldu se-tast út.

Esbern hevði saman við fleiri øðrum av manningini fingið annan bjargingar-bátin út við tveimum ella trimum monnum, tá Petur á Gørðunum kom upp á síðu-

na av Skálanesi.Hin báturin kundi ikki

fáast út, tí har lá Petur á Gørðunum. Stutt eftir, at Petur á Gørðunum hevði lagt at, fóru vit av skipi-num.

Umleið ½ tíma seinni stóð eldurin út ígjøgnum rútarnar á brúnni á Skála-nesi, og so gott sum alt skipið lá krógvað í royki, tí stilli var.

23 mans vóru við Skála-nesi. Ein av manningini var ikki umborð tá. Hann lá á sjúkrahúsi í Godthåb.

Eisini Esbern misti alt, hann hevði við sær umborð.

Olgar Fridney Hansen, Klaksvík og Ørvur Tho-masen, Klaksvík, vitnaðu eisini í sjórættinum hen-dan dagin:Olgar hevði deksvakt, tá

eldur kom í og hevði staðið við snøri. Ørvur hevði eisi-ni deksvakt og hevði eisini staðið við snøri. Hann hevði harumframt hjálpt til at fáa bjargingarbátin á sjógv, og lá saman við einum øðrum av manningini umborð á bjargingarbátinum, til eisi-ni teir fóru umborð á Petur á Gørðunum.

Dia Sundskarð við barndómsheimið í Hvannasundi

Page 21: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 2015 21

21. januar 2015 fáa túsundatals

føroyingar Ú-kekk sendandi við

postinum!

Tú kanst eisini fáa ein

Ú-kekk næsta árUm tú savnar pensjón og tryggingar hjá Betri pensjón og Tryggingarfelagnum Føroyum, fært tú eisini 20% útgoldið av tínum privatu tryggingargjøldum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum næsta ár.

Vitja Betri.fo ella deildirnar hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Eik Banka kring landið, og hoyr meira um, hvussu tú eisini kanst fáa ein Ú-kekk í 2016.

Page 22: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 201522

Ongar broytingar eru í prísunum fyri kilowatt-tímar í ár sammett við 2014. Tó eru ávísar broytingar í serstøku gjaldskránni, sum er galdandi fyri teir størru kundarnar – t.d. innan vinnulívið, landbúnaðin og fiskivin-nuna.

Í serligu gjaldskránni eru hesar broytingar:

- Ásetingin “10.000-20.000 kilowatt-tímar” í ársnýtslu er broytt til “10.000-30.000 kilowatt-tímar”.

- Ásetingin “meira enn 20.000 kilowatt-tímar” í ársnýtslu er broytt til “meira enn 30.000 kilowatt-tímar”.

- Í bólkinum, har ársnýtslan er “meira enn 30.000 kilowatt-tímar”, er fasta gjaldið hækkað 600 krónur – úr 9.080 krónum upp í 9.680 krónur uttan mvg. Tá ið mvg er íroknað, er fasta gjaldið 12.100 krónur í 2015.

Føstu gjøldini og íbindingargjøldini eru óbroytt.Gjaldskráin fyri 2015 sæst á www.sev.fo.

Elprísir í 2015

Elfelagið SEV

Page 23: Nordlysid nr 3 2015

NORÐLÝSIÐ NR. 3 MIKUDAGIN 21. JANUAR 2015 23

Norðoya Sparikassi Ósávegur 1 Postboks 149 FO-710 Klaksvík Tel. 47 5000 Fax 47 6000 [email protected] www.ns.fo

Ert tú ábyrgdari og myndugur, hevur tú valrætt til umboðsráðið í Norðoya Sparikassa. Umboðs-ráðið er hægsti myndugleiki sparikassans.

Veljast skulu 39 umboð: 22 fyri Klaksvík, Norðoyri, Ánirnar, Árnafjørður og útlond 9 fyri Leirvík og Føroyar annars 6 fyri økið eystan Múla 2 fyri Kalsoy og Kunoy

Tú kanst gerast ábyrgdari við at gjalda kr. 1.000 í ábyrgdarpeningi. Eingin ábyrgdari kann eiga meira enn kr. 300.000 í ábyrgdarpeningi uttan loyvi frá nevndini. Evstamark at tekna/hækka ábyrgdarpeningin til valið á hesum sinni er 23. januar 2015.

Ábyrgdaravalið verður 23. februar - 6. marsValt verður á øllum deildum sparikassans frá mánadegi 23. februar til og við fríggjadagin 6. mars 2015. Atkvøtt verður í avgreiðslutíð spari-kassans. Seinasta valdagin, tann 6. mars, ber tó til at velja í høvuðsdeild sparikassans í Klaksvík fram til kl. 19.00.

Ábyrgdarar, ið ynskja at atkvøða við bræv- atkvøðu, kunnu venda sær til valnevndina við at ringja 475000 ella senda teldupost til [email protected]

Hvør kann gerast valevni?Persónliga myndugir ábyrgdarar kunnu stilla upp til valið.

Uppskot um valevni skulu skrivliga vera spari-kassanum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 25. januar 2015.

Er okkurt tú ivast í ella vilt vita meiri um, ert tú vælkomin at seta okkum spurningar hesum við- víkjandi.

Viðtøkur og valreglur sparikassans eru tøkar á deildum og heimasíðu okkara.

Valstýrið

NORÐOYA SPARIKASSI

Søren Z. Jacobsen, 65 ár. Eigur og rekurítróttarhandilin Sport 24 í Klaksvík ogá Tvøroyri

”Eg eri ábyrgdari”

Seinasta freistat stilla upp til valiðer 25. januar 2015

Page 24: Nordlysid nr 3 2015

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

20 520 5Kom og legg av!

Ein fimtingur av føroyingum roykjaFólkaheilsuráðið hevur í nøkur ár biðið Gallup spurt

umleið 500 tilvildarligar valdar føroyingar, um teir

roykja dagliga. Úrslitini vísa, at umleið ein fimtingur av

vaksnum føroyingum roykja hvønn dag.

Børnini roykja nærum eins illa og foreldriniOkkara børn roykja tíverri nærum líka illa sum

foreldrini. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur

gjørt kanningar í mong ár - og tær vísa, at út við ein

fimtingur av teimum 15 ára gomlu í Føroyum siga seg

roykja dagliga.

Ver ein góð fyrimyndVit vita ikki, hví so nógvir av okkara tannáringum eru

farnir at roykja, men fyrimyndir hava heilt víst týdning -

teirra millum eisini vit foreldur.

Fá stuðul, tá tú leggur avFólkaheilsuráðið bjóðar tær, sum roykjara, ein øðrvísi

hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan. Hetta

fer fram soleiðis, at tú fært stimbrandi sms-boð yvir

fartelefonina, tá tú hevur gjørt av, at nú skal tað vera! Tú

meldar teg til nakrar dagar áðrenn stóra dagin og fært

javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla tær í at

halda fast við tína avgerð. Hátturin hevur verið royndur

uttanlands við góðum úrslitum.

Ókeypis átakTú kanst melda teg til við at senda eitt sms við tekst-

inum „gevst“ til 1919, og tú fært sms-boð sendandi yvir

teir næstu tveir mánaðirnar. Sms-boðini eru ókeypis og

tú kanst melda teg til alt árið.

Les meira á www.fólkaheilsa.fo

Melda til 5 dagar áðrenn tú ætlarat gevast við at roykja

Ver við í ókeypis átakinum hjá Fólkaheilsuráðnum, ið er við tilat stimbra og hjálpa tær, sum hevur gjørt av at gevast við at roykja.