16
NR. 8 FRÍGGJADAGIN 28. FEBRUAR 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 - lokala røddin síðani 1915 9 772245 065007 NÚ FARIÐ VERÐUR UNDIR AFTUR SIGLINGARSØGUNA BØRNINI HUGDU VIÐ SPENNINGI AT ÅGOT OG SLÆTTABERGI – HVAR ER HOLIÐ? Pól á Kletti skrivar RODRIGO ROYND- ARVENUR VIÐ KÍ HESIR KÍ LEIKARARNIR STÓÐU SEG BEST Í KLAKSVÍKSKAPPINGINI Norðlýsið hevur mett um KÍ liðið, sum spældi í Klaksvíkskappingini 2014. TEAM KLAKSVÍK OG MJØLNIR Á HEIMAVØLLI 5 ÁRA GAMAL FLØSKUPOSTUR FUNNIN Í SPONGDAL Í NOREGI SLÆTTABERG ”TORPEDERAÐI” ÅGOT

Nordlysid nr 08 2014

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað fríggjadagin 28. feb. 2014

Citation preview

NR. 8 FRÍGGJADAGIN 28. FEBRUAR 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

- lokala røddin sí ðani 19159

772245065007

NÚ FA RIÐ V ERÐUR UNDIR A F T UR SIGLING A RS ØGUN A

B Ø RNINI HUGDU V IÐ SPENNINGI AT ÅGOT OG SL Æ T TA BERGI – H VA R ER HOLIÐ?

Pól á Kletti skrivar

RODRIGO ROY ND -A RV ENUR V IÐ K Í

HESIR K Í LEIK A R A RNIR ST Ó ÐU SEG BEST Í K L A KSV ÍKSK A PPINGININorðlýsið hevur mett um KÍ liðið, sum spældi í Klaksvíkskappingini 2014.

T E A M K L A KSV ÍK OG MJ Ø L NIR Á HEIM AVØ L L I

5 Á R A G A M A L FL Ø SK UPOS T URF UNNIN Í SPONGD A L Í NOREGI

SL Æ T TA BERG ” TORPEDER AÐI” ÅGOT

NORÐLÝSIÐ NR. 8 FRÍGGJADAGIN 28. FEBRUAR 20142

L E I Ð A R I N Frá Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Aðalfundur verður í hølum felagsins

leygardagin 1. Mars kl. 14.00

Skrá sambært lógum felagsins.

NEVNDIN

Ársaðalfundur

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag hevur ársaðalfund í hølum felagsins leygardagin 01.03.2014 kl. 17.00.

Skrá samb. lógum felagsins

Beint eftir, verður aðaldundur í Lív/Eftirlønargrunni felagsins.

KLAKSVÍKAR KVINNUFELAG

Kamar til leigu í KlaksvíkUm tú manglar eitt kamar at búgva í meðan tú

gongur í skúla, ella arbeiðir her í Klaksvík - ja so havi eg eitt kamar til júst tín. Tú fart

atgongd til køk, stovu, wc - og sjálvandi eisini vaskirúm - hetta er ein nýmótans kjallaraíbúð. Prísurin er kr 2.500,- um mðr tá er olja og EL

íroknað.Um hettar er nakað fyri teg, so kanst tú senda

ein mail til [email protected] ella ring 215832

TøkkVit takka hjartaliga øllum tykkum sum syndusamkenslu, tá ið kæri maður, pápi, verðfaðir

og abbi okkara

Godtfred MatrasKlaksvik

andaðist og var jarður.

Tøkk til Hanus a Gørðum fyri troystararík orðí kappellinum og í kirkjuni,

tøkk til kirkjutænarar og sangarar.Tøkk fyri blómur og kransar.

Tøkk til Heimatænastatuna og til starvsfólki íUppistovu á Norðoyar Røktarheimi.

Tøkk til tykkum ið hjálptu til við ervinum.Tøkk fyri gávur til Alzheimersfelagdið.Tøkk til tykkum øll sum fylgdu honum

til hansara seinasta hvildarstað.

Familjunar vegnaJacoba.

Íbúð ynskist í Klaksvíktil eldri kvinnu.

Fari væl um og gjaldi til tíðina.Tel. 75 53 60

REYÐI KROSSUR FØROYA

AðalfundurReyði Krossur Føroya hevur aðalfund sunnudagin 30. mars 2014 kl. 15.00

í hølum felagsins á Bryggjubakka 10 í Havn.

Uppskot, ið skulu viðgerast á aðalfundinum, her undir eisini val til nevndina,skulu vera latin nevndini seinasttvær vikur undan aðalfundinum.

Reyði Krossur Føroya Bryggjubakki 10, Postboks 1015, FO-110 Tórshavn,

Tlf. +298 319630, [email protected]

Bóndafelag Føroya

Aðalfundur felagsins verður á Hotel Føroyumleygardagin 22 mars kl 13.30

Skrá sambart lóg felagsins.

BÓNDAFELAG FØROYA

Borgarstjórin í Havn er ikki hvør sum helst. Hann er borgarstjóri í høvuðsstaðnum, næstformaður í føroyska javnaðarflokkinum og formaður í kommunufelagnum. Ein máttmikil persónur í lítlum landi.

Hann vil byggja golfvøll í Havn. Hetta kostar, og tí leg-gur hann áherðslu á, at landskassin skal gjalda. Hann sigur m.a. at í hansara verð er golfvøllur eitt alment-gagnligt endamál. Hann hevur altíð droymt um golf til allar føroyingar, og tí er tað púra nattúrligt, at landið skal gjalda. Hann sær fyri sær fjøld av hvíttskøddum golfarum, hvør við sínum tungtlastaða “caddie” koma tysjandi úr øllum oyggjunum og fylkjast í landsins høvuðsstaði til kappingar. Ja, kanska koma múgvandi ferðafólk heilt úr USA ella Australia, og øll leggja tey pengar eftir sær í Havn.

Í fleiri ár hevur verið meylað um, at ovasti myndug-leikin fyri oyggjaleikirnar krevur, at ein golfvøllur er neyðugur, um Føroyar aftur skulu vera vertir. Hetta var ein treyt. Soleiðis mátti boðskapurin bæði frá ÍSF og ávísum “prominentum” politikarum fatast. Men nú, tíðin nærkast, vendist knappliga í holuni. ÍSF boðar nú frá, at vøllurin, við øllum sínum 18 holum, hevur ikki verið og er framvegis als ikki nakað krav, men heldur eitt lokalt ynski.

Vil kommunan hava golfvøll, so má hon sjálvandi, eins og aðrar kommunur, gjalda fyri tað. Oyggjalei-kanevndin hevur ongantíð kravt annað enn at talið á ítróttargreinum hækkar úr ellivu upp í tólv. Hetta eru heilt aðrir tónar og kann gerast uttan at føroyski skat-tgjaldarin skal gjalda í dýrum dómum. Onkur mælir til kappróður, svimjing ella okkurt annað moderat í staðin fyri kostnaðarmiklan golfvøll.

Málið minnir ikki sørt um eitt “lokalt akvarium” í somu kommunu. Tað eydnaðist at flyta tað yvir á landskassan, tí tað skuldi hava eitt “almentgagnligt endamál”- serliga fyri skúlabørn. Stutt eftir skiftið, varð vist eitt stórt fuglasavn krøkt uppí. Gitt varð, at ókendi gevarin ikki hevði ráðini at eiga og røkja tað. Allir landsins skattgjaldarar fingu rokningina.

Óhepni ójavnin er bara, at børn úti um landið skulu gjalda munandi fyri at vitja akvariið. Tað sama sku-lu tímaløntir arbeiðarar og ikki minst útróðrarmenn úti um landið, sum fara at leggja vinnudagar niður fyri at ferðast til Havnar at venja, fyri seinni at royna seg móti fastløntum golfarum, sum kanska taka eina fríløtu fyri at betra sær konditalið.

Okkurt bendir á, at fløkja er íkomin millum tað kom-munalu og landspolitisku hattarúgvuna hjá borgar-stjóranum. Hetta er sera óheppið. Flokkur hansara slóðaði fyri at broyta vallógina frá sjey til eitt valdømi við teirri argumentatión, at kommunurnar skuldu reka lokalpolitikk og menna seg við at taka yvir týðandi stovnar og samfelagsmál frá landinum. Løgtingið skuldi reka landspolitikk.

Formaðurin í kommunufelagnum setir landspolitiska næstformanshattin á høvdið, førir landspolitikk og krevur beinleiðis, at aðrar kommunur í landinum nær-mast skulu jarðleggja seg sjálvar. Óneyðugt, at vit sku-lu hava almennar stovnar, heilsuverk, miðnámsskúlar, sjónám ella tænastuvirksemi í Klaksvík. Samfelags-rationalið sigur, at slíkt liggur best í Havn, tí har er fakliga konsentrasjónin, kompetansan í hæddini. Hav-nin tænir flest brúkarum og er best hóskandi.“ Havnin skal vaksa fyri at útjaðarin kann vaksa”.

Uttan iva eru tað borgarar í Havn, ið taka undir við slíkum pástandum. Borgarstjórin hevur jú als onga andstøðu í býráðnum har yvirhøvur. Men fyri føroy-ingar úti um landið er hetta møsn og púra perfidir po-litiskir pástandir, ið kunnu fáa álvarsligar avleiðingar, ikki bert fyri onkran politikara, men fyri alt landið

Lokalt golf og - guf f í Havn

Yviri við Strond 4 - 100 Tórshavn - Tel. 203040 - www.lawfirm.fo

Trøð í LeirvíkEin trøð í Leirvík - matr.nr. 390 - Uppi á

Brekku - til støddar 14.042 m2 er til sølu, um nóg høgt boð fæst.

Áhugaði kunnu venda sær til:Jógvan P. Lassen, advokat

Yviri við Strond 2100 Tórshavn

Tlf. 513996t-post: [email protected]

NORÐLÝSIÐ NR. 8 FRÍGGJADAGIN 28. FEBRUAR 2014 3

Kongabrúgvin | Postsmoga 329 | FO-110 Tórshavn | www.trygging.fo

VALEVNINI ERU HESI:

Tá uppstillingarfreistin var úti 1. februar, høvdu 35 valevni stillað upp.Nú kanst tú velja títt umboð.

ATkvøðuræTTurØll, ið eru og hava verið tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroyum P/F síðan 1. januar 2014, hava atkvøðurætt. Tryggingartakarar, har árliga tryggingargjaldið er minni enn 50.000 kr., hava 1 atkvøðu. Fyri hvørjar byrjaðar 50.000 kr. í árligum tryggingargjaldi, fær tryggingartakarin 1 atkvøðu afturat, tó í mesta lagi 10 atkvøður.

ATkvøðuSEðIL HEIM TIL TÍNAllir tryggingartakarar við atkvøðurætti hava fingið atkvøðuseðil sendandi við postinum. Ert tú ein av hesum, kanst tú velja eitt av valevnunum, leggja atkvøðuseðilin í viðlagda brævbjálv a, og senda okkum brævið aftur. Vit rinda postgjaldið. Um tú ikki hevur fingið atkvøðuseðil, men metir, at tú ert tryggingartakari við atkvøðurætti, ert tú vælkomin at venda tær til okkara á tel. 345 600 ella við at skriva til [email protected].

TÍðArFrEISTAtkvøðuseðilin skal vera okkum í hendi á hesum bústaði:SPEKT, Staravegur 17, Postsmoga 3258, FO-110 Tórshavn,í seinasta lagi týsdagin 4. mars 2014, tá skrivstovan letur aftur, kl. 17.00.

vALÚrSLITTá valúrslitið fyriliggur, verður hetta almannakunngjørt í miðlunum og á trygging.fo.

MEIrA kuNNING Á TrYGGING.FOÁ heimasíðuni trygging.fo er meira kunning um Ognarfelag Tryggingartakaranna, umboðsráðs-valið, valevnini, hvat Umboðsráðið arbeiðir við v.m.

17 LIMIr SkuLu NÚ vELjAST TIL uMbOðSrÁðIð HjÁ OGNArFELAG TrYGGINGArTAkArANNA

Vel títt umboð!

uMbOðSrÁðSvALIð Er NÚ Í TÍNuM HONduM Annika Waag, Kráargøta 38, 700 Klaksvík

Arni djurhuus brattaberg, Geilin 99, 900 Vágur

Árni jakobsen, Smærugøta 19, 100 Tórshavn

bergur r. dam jensen, Bøgøta 3, 410 Kollafjørður

birgir Nielsen, Skotarók 15, 100 Tórshavn

dánjal Petur Nielsen, Stoffalág 156, 100 Tórshavn

durita djurholm, Millum Gilja 53, 188 Hoyvík

Emil jacobsen, Skálavegur 193, 480 Skáli

Frankie jensen, Millum Gilja 55, 188 Hoyvík

Gunn reginsdóttir joensen, Blómubrekka 146, 100 Tórshavn

Hallur Thomsen, Undir Kongavarða 110, 160 Argir

Hanus jacobsen, í Tungu 13, 513 Syðrugøta

Hanus Toftheyggj, Nesvegur 22, 850 Hvalba

Heidi kollsker, Andrasargøta 8, 188 Hoyvík

Ingeborg Godtfred, Garðsgøta 21, 160 Argir

jákup Egholm Hansen, Bóndaheygur 9, 100 Tórshavn

jákup Oluf á Lakjuni, Helnabrekka 9, 700 Klaksvík

jákup Mørk, Kráarvegur 5, 100 Tórshavn

jens Christian Olsen, Undir Nesinum 14, 650 Toftir

john kruse, Traðarvegur 20, 380 Sørvágur

jonhard Eliasen, Reynagøta 26, 100 Tórshavn

jón Nielsen, Byrgisvegur 2, 350 Vestmanna

jóhannus danielsen, Høganesvegur 58, 650 Toftir

karl birgir Isaksen, Kráargøta 14, 700 Klaksvík

Magni Arge, Borgartún 2, 160 Argir

Niels Olaf Eyvindsson, Nesvegur 9, 850 Hvalba

Ólavur Samson, Kráargøta 76, 700 Klaksvík

Páll bjartur Weihe, Sjógøta 34, 800 Tvøroyri

Poul klementsen, Heimasandsvegur 114, 210 Sandur

ragnar joensen, Miðhjallar 16, 360 Sandavágur

robert Poulsen, Líðin 111, 410 Kollafjørður

Sigmar davidsen, Hannugøta 2, 160 Argir

Súni í Hjøllum, Hjallarvegur 16, 650 Toftir

Tummas Eli Høj joensen, Laðagøta 5, 490 Strendur

uni danielsen, Skraddaragøta 18, 188 Hoyvík

NORÐLÝSIÐ NR. 8 FRÍGGJADAGIN 28. FEBRUAR 20144

Phebe var ein av sluppunum á Toftum

PÓL Á KLETTI

Um stutta tíð kemur út fim-tanda bind í røðini Føroya Siglingarsøga eftir Páll J. Nolsøe (1908-1996). Hann var landsskjalavørður í Før-oyum 1950-1978.

Og nú ið farið verður un-dir at geva út Føroya Sig-lingarsøgu eftir steðg í góð tjúgu ár, er høvi at lýsa tað starv, ið lá sum grund un-dir tí mikla granskingarar-beiði, rithøvundurin Páll J. Nolsøe her legði fram fyri dagin. Ein bókarøð, ið he-vur ómissandi virði sum kelda til Føroya søgu.

Páll Johannes Nolsøe var føddur á Tvøroyri 8. sep-tember 1908. Foreldrini vóru Axel Nolsøe (1861-1941), skipstimburmeistari, Undir Heygnum á Tvøroyri, og Henrietta Nolsøe (1869-1948), úr Garðinum í Tron-gisvági.

Páll tók vanligt fyrirei-kingarprógv á Tvøroyri í 1925, fornmálsligt student-sprógv frá Sorø 1929. Las danskt og enskt á lærda háskúlanum í Keypmanna-havn í tvey ár. 1935-36 starv á skrivstovuni hjá danska blaðnum Politiken, 1937 á Tingakrossi og 1938/39 á Dagblaðnum. 1940-47 bókavørður á Froðbiar sóknar bókasavni og 1947-48 ferðalærari í Norðradali og Syðradali (S).

Í 1948 gjørdist hann hjál-parmaður á landsskjalasav-ninum, og tá Anton Degn, skjalavørður, doyði á heysti 1950, varð Páll fyribilsset-tur, og tann 21. apríl 1951 útnevndur skjalavørður.

Eftir heimastýrisskipani-na í 1948, vórðu skjalasøvn yvirtikin sambært løgt-ingssamtykt 13. mai 1948, og við løgtingslóg 2. mai 1952 varð navnið broytt til Føroya Landsskjalasavn,

og fekk Páll tá heiti lands-skjalavørður. – Hann var einsamallur á stovninum til 1966, tá hann fekk tað fyr-sta hjálparfólkið.

Í 1975 flutti Lands-skjalasavnið úr gomlu bó-kasavnshúsunum hjá Føro-ya Landsbókasavni í nýggj høli á Debesartrøð í Havn.

Páll J. Nolsøe varð loys-tur úr starvi við eftirløn 1. oktober 1978 og flutti tá til Danmarkar at búgva.

Hann hevur givið út hesar bøkur:• Mið, plinkar og ýti, 1947• Eilif Mortansson: Ein ribbaldur, 1948• Føroya Siglingarsøga I, 352 s., 1955 (2. útg. 1963, 3. útg. 1984)• Føroya Siglingarsøga II, 383 s., 1962 (2. útg. 1978)• Føroya Siglingarsøga III, 288 s., 1963• Føroya Siglingarsøga IV, 224 s., 1964

• Føroya Siglingarsøga V, 263 s., 1965• Føroya Siglingarsøga VI, 212 s., 1969• Føroya Siglingarsøga VII, 184 s., 1970•Føroya Siglingarsøga VIII, 236 s., 1977• Føroya Siglingarsøga IX, 272 s., 1979• Føroya Siglingarsøga X, 249 s., 1983• Føroya Siglingarsøga XI, 200 s., 1984• Føroya Siglingarsøga XII, 179 s., 1985•Føroya Siglingarsøga XIII, 331 s., 1990•Føroya Siglingarsøga XIV, 332 s., 1991

Harumframt hevur hann skrivað nógvar greinir í Varðanum og Dimmalæt-ting.

Hevur saman við Morta-ni Vang Hammer í Froðba skrivað upp øll staðarnøv-nini í Froðba og á Tvøroyri.

Fekk í 1965 virðisløn M. A. Jacobsens og í 1967 eina heiðursgávu úr Dansk-Fær-øsk Kulturfond. Hann var í mong ár nevndarformaður í Sluppgrunninum, ið varðveitti sluppina West-ward Ho. Hann var heiðurs-limur í Tvøroyrar Bóltfela-gi.

Ein miðvísur granskariPáll J. Nolsøe var tað mikið um at gera at troyta kel-dutilfarið á Føroya Lands-skjalasavni og geva út, ta tíðina, hann starvaðist á savninum frá 1948 til 1978. Høvuðsúrslitið av gran-skingarstarvi hansara er Føroya Siglingarsøga, sum nú kemur út í fimtanda bin-di.

Tað eydnaðist honum bert at starva saman við Antoni Degn í tvey ár. An-ton Degn (1871-1950) var søgufróður og tikin úr lei-kum sum skjalagranskari.

Høvuðsverk hansara á he-sum øki eru bøkurnar um einahandilin 1709-1856 og føroyskar festibøndur 1584-1884. Páll tók man-gan til, at hetta vóru tvey sera lærurík ár, tí Degn var ein sera lagaligur maður og hevði hylling á so mongum viðurskiftum, ikki minst ættartali.

Eitt tað fyrsta, Páll fór í holt við, var at savna tilfar til Føroya skúlasøgu og fekk nakað á prent í Varða-num um skúlaviðurskifti á bygd miðju nitjandu øld (um »Provisorisk Regle-ment«). Men so slepti hann hesum verkevni, tí meðan hann sat við skjalapakkum og skrásetti og legði skjøl til rættis, kom hann eftir, at so mong skjøl viðvíktu skipum okkara – nóg mikið tilfar til eina heila søgu um høvuðsvinnu føroyinga.

Hann fór tí miðvíst un-dir at rannsaka hesi skjøl;

NÚ FARIÐ VERÐUR UNDIR AF TUR SIGLINGARS ØGUNAEftir steðg í fleiri ár, verður nú hildið fram við at geva út Føroya Siglingarsøgu eftir Páll J. Nolsøe. Komandi bind, ið verður tað fimtanda í røðini, fevnir um Tofta handils- og skipasøgu og verður tað triðja í røðini av Eysturoyar handils- og skipasøgu

NORÐLÝSIÐ NR. 8 FRÍGGJADAGIN 28. FEBRUAR 2014 5

skrivaði av allar myns-tringarlistar, politibøkur, sjófartsbøkur, sjórættar-bøkur – ja, øll skjølini hjá fúta, sorinskrivara, amti og sýslum. Tey tríati árini á Landsskjalasavninum varð alt tilfarið fram til okkara tíð kannað og skrásett.

Tá Páll var yngri, nýtti hann mangar eykaløtur til hetta arbeiðið; sat mangan út á náttina; og alt arbeiðið mátti gerast á savninum, tí ikki var loyvt at hava skjøl við sær heim til hús; teldur og fjøltøkutól vóru ikki til tá. Øll henda framkomna tøknin kom ikki fyrr enn út ímóti teirri tíðini, tá Páll fór frá sum landsskjalavørður á heysti 1978.

Í jólavikuni sama ár bú-settust hann og konan Lise í Nykøbing á Sælandi. Seinni fluttu tey til Augustenborg á Als í Jútlandi, har Lise fekk starv sum serlækni. Seinni fluttu tey til Hodde á vesturstrond Suðurjútlands.

Vaks upp millum skip og skipsmennEitt er granska skjøl og geva úrslitið út í bók. Annað er at geva tilfarinum lív. Flestu munnu vera samd um, at tað eydnaðist Pálli J. Nol-søe rættiliga væl. Í hesum viðfangi er fyrst at nevna tær mongu forvitnisligu frásagnirnar – bæði bein-leiðis og endursagdar – ið hann hevði frá skiparum og útgerðarmonnum.

Høgligast lá honum Suðuroyggin fyri. Og fýra tey fyrstu bindini, ið fevna um tíðarbilið frá fríhand-linum 1856 til seinna he-imsbardaga 1940, umrøða siglingarsøguna í Suðuroy. Vaksin upp á Tvøroyri, var

hann alkunnugur við bæði skip, handlar og útgerðar-menn har, og hann var ei-sini í stóran mun kunnigur við skip og útgerðarmenn í Vági.

»Eg vaks upp millum skip og skipsmenn. Pápi mín Axel Nolsøe – Axel undir Heygnum nevndur – var bedingsmeistari á Tvør-oyri frá 1898 til 1919, og til hansara komu á hvørjum vári skiparar, skipsmenn og útgerðarmenn í hópatali, tá skipini skuldu riggast til og fara til fiskskap,« segði Páll J. Nolsøe í eini sam-røðu, eg sum blaðmaður á Dimmalætting hevði við hann, tá fjúrtanda bind av Føroya Siglingarsøgu kom út (august 1991).

Eini 45-50 skip vóru á fjørðinum, tá tey vóru flest, og á bedingini var so at siga døgndrift, tá skipini riggaðu til og skuldu hálast upp at fáa størri og smærri umvælingar. Og tað vóru ikki einans suðuroyarskip, eisini skip norðanfjørðs komu suður á Tvøroyri á beding.

Axel undir Heygnum fór frá húsum kl. 6 um morgu-nin og var mangan ikki við hús aftur fyrr enn á mid-nátt, tá nógv var at gera. Ansast mátti eftir flóð og fjøru at taka skipini upp og flota tey aftur. Einir 30-40 mans arbeiddu á bedingini, tá mest var at gera.

Og Páll lærdi frá barni av teir mongu skipsmenn at kenna, sum komu á gátt at hitta pápan.

3.700 síðurTey fjúrtan bindini, ið Páll J. Nolsøe náddi at geva út um handils- og skipasøgu

okkara, fevna um stívliga trý túsund og sjey hundrað síður.

Liðugur við Suðuroyn-na, gav hann út siglingar-søguna í Vágum, trý bind, síðan fýra bind um Norður-streymoy og setti síðan sjøtul á Eysturoynna, sum honum ikki eydnaðist at fullføra áðrenn hann doyði. Harumframt er Suður-streymoy eftir. Viðvíkjan-di Sandoynni er at siga, at

skip, skrásett har, eru um-rødd í hinum pørtunum av siglingarsøguni.

Viðvíkjandi Norðoyum hevði Páll J. Nolsøe tilfar tøkt, men hesa handils- og skipasøguna hevur J. Símun Hansen umrøtt í »Havið og vit I«.

Lagnuna hjá einum virki sum so fæst ikki vitan um á einum skjalasavni. Ein

sær, nær tað er stovnað, nær maður hevur fingið handils-loyvi og hvørjir stovna par-tafelag, og ein kann fylgja skipakeypi ár um ár. Um-framt tey stóru handilsvir-kini, áttu smærri og størri feløg og einstaklingar skip ymsastaðni kring landið.

Hópi av samrøðum lof-taði Páll. Bandupptakara nýtti hann ikki, men festi á blað ella royndi at minnast tað, hann fekk at vita. Sein-

ni vóru skiparar sjálvir so beinasamir at senda honum skrivligar frágreiðingar, tá heitt varð á teir um hetta.

Mangir gamlir skiparar vóru góðir frásøgumenn, tá sigast skuldi frá fiskis-kapi og ymsum tilburðum til skips. Summir høvdu sera gott minni og mintust dag um dag, hvussu veðrið hevði verið og hvussu fi-

skiskapurin hevði roynst. Teir høvdu bert kumpass og sekstant – og annars sítt egna vit og skil at líta á.

Virkin til tað síðstaAllar upplýsingar úr skjølum, ið neyðugar vóru fyri at kunna skri-va, savnaði Páll J. Nolsøe meðan hann var í Føroy-um, og meginparin av tí hevði hann hjá sær í Hodde í Jútlandi, tá hann búset-tist har. Í Føroyum hevði

hann so heimildarmenn og landsskjalasavnið at týða til, tá tørvur var á serst-økum, nágreiniligum up-plýsingum.

Hóast árini vóru mong – farin um tey fýrs, tá síð-sta bindið av Siglingarsø-guni varð latið úr hondum – og eyguni farin at bila, so var arbeiðshugurin ikki viknaður. Í Hodde arbeiddi hann hvønn dag við ver-ki sínum, líka til á heysti 1995, tá sjúka tók at níva.

Páll J. Nolsøe andaðist á

pálsmessu (25. jan.) 1996, 87 ára gamal. At hann var virkin til tað síðsta og at hann í 1995 hevði vónir um at greiða til útgávu fimtanda bind av Føroya Siglingarsøgu, ið var triði partur av Eysturoyar han-dils- og skipasøgu, sæst av tí brævaskifti, hann hevði við heimildarfólk síni. Tí millum skjølini, ið hava samband við útgerðarsøgu-na á Toftum, eru brøv, sum eru dagfest á tíðliga á sumri 1995.

Men at elli og sjúka nú fóru at boyggja, so at orka ikki var til meira, sæst, at Páll J. Nolsøe hevur fingið við, at Júst í Túni er deyður 5. august 1995. Hann he-vur klipt deyðslýsingina úr Dimmalætting, líkasum fyri at minna seg á, og fest hana við umrøðuna um Júst í Túni, men ikki skrivað deyðsdagin í handritið.

Ein síðsta heilsan til ein av mætastu vinnulívsmon-nunum á Toftum frá einum høvundi, ið skjótt skuldi fara sama veg.

Tað er Lise Nolsøe, kona Páls J. Nolsøe, ið á egnum forlagi gevur út Føroya Sig-lingarsøgu við framhaldi av Eysturoyar handils- og skipasøgu. Sjálvur leggi eg (Pól á Kletti) útgávuna til rættis.

Handritið verður givið út í tí líki, Páll J. Nolsøe legði tað úr hondum. Dagfø-ringar vera einans gjørdar viðvíkjandi deyðsdøgum og broyttum starvsviður-skiftum hjá fólkum, sum enn eru á lívi.

Páll J. Nolsøe (1908-1996). – Umframt týðingar- og innsav-ningarstarv hevur hann tíðarskeiðið 1955-91 lagt úr hondum Føroya Siglingarsøgu I 1000-1856 og Føroya Sig-lingarsøgu II 1856-1940, tilsamans fjúrtan bind, ið viðgera handils- og skipasøguna í Suðuroy, Vágum, Norðurstreymoy og Eysturoy. Nú er fim-tanda bind á veg

Hndils- og útgerðarvirkið hjá D. P. Højgaard niðri í Oyrunum á Toftum

NORÐLÝSIÐ NR. 8 FRÍGGJADAGIN 28. FEBRUAR 20146

KR ABBIN SKULDI TIL S JÓSAV NIÐHjaltur Poulsen, skipari á Ågot, hevur verið ein hol-lur stuðul hjá Sjósavninum í Tórshavn. Hjaltur hevur fingið Sjósavninum man-gan fiskin til vega, og á he-sum túrinu, sum endaði so ólukkuliga við kaj í Klaks-vík, var onki undantak í so máta.

”Kom afturum her”, segði Hjaltur Poulsen, ski-pari knappliga við meg, alt ímeðan vit stóðu á dekki-

num á Ågot og andlitini vóru álvarsom, orsakað av stóra skaðanum, skipið hevði fingið.

Vit báðir so aftur í skúrin. Eg hugsaði at hann fór at siga mær eitthvørt um skaðan, sum skipið hevði fingið. Men við einum brosi rendi hann hondina niður í eina stóra plasttunnu, sum stóð har við ongum loki og sjógvi í, og upp úr tunnuni kom ein ovurstórur krab-

bi. ”Hendan ætlaði eg at Sjósavnið skuldi fáa, men nú veit eg ikki hvat fer at

henda við honum”. Hjal-tur Poulsen er ein sannur djóravinur og hann brosaði

um alt andlitið tá hann errin vísti mær krabban. - Helst fer krabbin at finna veg til

Sjósavnið kortini.

NORÐLÝSIÐ NR. 8 FRÍGGJADAGIN 28. FEBRUAR 2014 7

Í 1957 flutti ein familja úr Kunoy til Klaksvíkar, høv-du bygt sær eini snotulig hús í okkara grannalagi, gjørdust góðir ambasadørar fyri oynna haðani tey vórðu ættað, og komu fyrimyn-darliga at ríka grannalagið. Tey vóru ikki færri enn ellivu í tali í trimum ættar-liðum.

Tá eg hoyrdi henda dag-in, Finnur Heinesen fór til gravar, at Jens Juel við jarðarferðina so brádliga var “fallin um” í heim-bygdini, sum hann hevði slíkan tokka til, og at hetta var seinasta løtan hann vit-sti til sín, kom eg at hugsa um orðini hjá kenda danska fotografinum Kehlet, sum eg las fyri mongum árum síðani. Hann segði nakað soleiðis: “Eg vil liva mínar seinastu løtur við útsýni úr vindeyganum á summarhú-sinum, út í donsku nátúruna og út á fjørðin, har eg havi

notið so mangar góðar lø-tur”.

Eitt sindur átøkt hesum er, at Jens Juel, seinastu løtuna hann vitsti til sín, so brádliga 90 ára gamal, júst var undir tiltiknu og stórba-ru fjøllunum í heimbygdini.

Hann giftist við Johonnu Mariu (Hannumiu) Joensen úr Haraldssundi. Tey fingu børnini: Honnu Paulu, gift við Johannes Mortensen, av Argjum, búgva í Havni-ni. Jákup Meinhard, giftur við Margretu í Jógvanssovu úr Leirvík, búgva har. Pau-lina, gift við Karl Hilmari Andreasen úr Klaksvík, her tey búgva. Sólrun, gift við Olivari Olsen úr Árnafirði, búgva í Klaksvík. Hákun, giftur við Nelly Marie Pe-tersen, ættað úr Birkeland skamt frá Kristiansand, har tey búgva. Finngerð, gift við Jim Clark upvaksin nærhendis Glasgow, búgva í Cape Town. Hannumia

og Jens Juel fingu eisini ein son, Hans Paula, sum doyði av meningitis 2 mánaðir gamal.

Jens Juel, sum var húsas-miður, verður av monnum, sum hann hevur arbeitt saman við, mettur sum áli-tismaður bæði í orðum og

í verki, og var altíð spen-nandi at koma á tal við og segði sína meining, tá hann var spurdur. Hann var sera innarlaga í samfelagsviður-skiftum, í m.a. fakfelags-arbeiði sum limur í hand-verksmeistarafelagnum, nevndarlimur í Tekniska

Skúla, og sum metinga-maður fyri Norðoya Spa-rikassa var hann í mong ár.

Jens Juel var Fólkafloks-maður, var felagnum ein góður stuðul, var í nevndini fyri Norðoya fólkafloks-felag og uppstillaður til fle-iri val og fyri okkum, sum yngri komu í politikk, var hann hollur í ráðum. Hann var eisini orðstýrari til al-mennu politisku fundirnar uppundir fleiri løgtingsval.

Tá vit, sum hava uppli-vað hesi fólk í grannalag-num, og av teirri orsøk, at elsta av trimum ættaliðum vóru undir sama taki, verða tað heilt náttúrliga nógvar vitjanir. Tí komu Hannu-mia, sum nú situr gomul á Røktarheiminum, og Jens Juel, at vísa satt gestablíd-ni, har nógv fólk komu á dyr og har gott var at koma.

Minnist onkrar sendingar eg hevði í útvarpinum undir heitinum “Sálmar og san-

gir”, kundi hann onkuntíð ringja og antin rættleiða ella koma við positivum viðmerkingum.

Vit komu ikki tíðum á gátt hvør hjá øðrum, men tá merkisdagar vóru, komu vit saman.

Teirra Gudsótti sást bæði í práti og verkum. Ein legði til merkis, tá Hannumia og Jens Juel lýstu við merkis-døgum, settu tey vanliga í lýsingina:” Um Gud vil.....”.

Nú myrkt gerst undir lon og tynnist í grannalagi, er lítið meiri at siga enn, at tað hevur verið ein frægd at hava hesi fólk til grannar í einum – annars víðfevnt - so góðum grannalagi, og at Harrin má verða við tyk-kum øllum.

Æra veri minnið um vin mín Jens Juel Sólbjørg.

Jógvan við Keldu

Nú myrkt gerst undir lonog tynnist í grannalagiJens Juel Sólbjørg 1923 – 2014

15 ára gamli Steffan Arthur Olsen var ovfa-rin, tá vit ringdu til hansara og søgdu honum at fløskupostu-rin, sum hann kastaði út í Kalsoyarfirði í 2009, nú var funnin í Noregi.

Steffan Arthur hevur ve-rið ein drívmegi aftanfyri fiskakørini á Stongunum á Sjómannadegnum heilt frá at hann var 7 ára gamalur.

Eg minnist, at vit byr-jaðu tá, eg og Poul Eyð-finn, síðani hava vit hildið saman og hava havt við kørini at gera, vit hava ansa eftir at pumpurnar geva tað tær skulu, ansa eftir at taka upp deyðan fisk og annað..

Men fyri trimum árum síðani byrjaðu vit eisini at skaffa fisk til kørini. Eg minnist at vit fyri trimum árum síðani settu reyðfi-skalínu á Borðoyarvík, tað var spennandi tá, eisini tí myndir av okkum komu á www.nordlysid.fo.

Síðani hevur hetta vun-dið uppá seg, og vit báðir, eg og Poul Eyðfinn hava sett línu, rúsur og gørn og harafturat hava vit ligið

framvið hjá alarunum, at fáa ymisk smákykt frá tei-mum, tá teir reinsa nótirnar í alibrúkunum. Har hava vit fingið rognkelsir, krabbar og ymisk smá skeljadjór.

Eg haldi at tað hevur verið ótrúliga stuttligt at kunna vera við í toyminum á Sjómannadegnum og eg tími ótrúliga væl at fáast við at fiska og tílíkt, sigur nú Steffan Arthur Olsen.

Uppá fyrispurning um hvat hann ætlar framyvir, sigur Steffan Arthur av-gjørdur, eg ætli mær til sjóðs, eg gangi nú í 9. Flo-ki og eg havi ætlanir um at fara úr skúlanum og á skúla í Sjónám, at læra til skipara verður málið sigur hann við einum smíli.

5 ÁRA G AMAL FL Ø SKUPOSTURFUNNIN Í SPONGDAL Í NOREGI

NORÐLÝSIÐ NR. 8 FRÍGGJADAGIN 28. FEBRUAR 20148

Tað var týsdagin í vikuni, klokkan var farin av trý.Ågot lá við bryggju á Stóru-kaj, og Slætta-berg lá eisini við kaj, men við kajina niðan-fyri NFCS virkið. Inn við knekkin framman-fyri Slættaberg lá Fiskaklettur og landaði.

Ågot var júst afturkomjn av túri, og hóast teir høvdu nógv í lastini, eini 40 tons av frystum svartkalva, so høvdu teir valt ikki at leg-gja veiðuna upp týsdagin,

tí teir roknaðu við at landa dagin eftir í staðin.

Hetta var ein góður túrur hjá Ågot, tann besti teir hava gjørt í ár, so optimis-man var stór umborð. Tað

hevur ikki gingið eftir vild nøkur ár fyri frammanun-dan hjá skipinu, men í sei-nastuni hevur bara gingið framá, og nú tað rættuliga bragdaði við svartkalva-

num vóru teir júst farnir at síggja ljóst upp á framtíði-na.

Slættaberg hinvegin, var klárur at fara til fiskiskap. Skipið hevði havt trup-

ulleikar við motorinum frammanundan, men nú var avgjørt at fara aftur til fiskiskap. Manningin var umborð og gjørt varð leyst.

SL ÆT TABERG ” TORPEDERAÐI” ÅGOT

Framhald á síðu 11

NORÐLÝSIÐ NR. 8 FRÍGGJADAGIN 28. FEBRUAR 2014 9

NORÐLÝSIÐ NR. 8 FRÍGGJADAGIN 28. FEBRUAR 201410

Navn?Durita Poulsen.

Parlagsstøða? Í parlagi.

Hvar býrt tú? Á Oyrasundskolleginum.

Hvat lesur tú? Ella hvørjum arbeiðir tú við? 2 árs studerandi sum profes-sionsbachelor í Ernæring og Sundhed.

Hvat fekk teg av landinum? Úrvalið av útbúgvingar-tilboðum.

Hvussu leingi hevur tú verið útiseti?Juli 2012 fór eg niður, so tad verða 2 ár í summar.

Trívist tú? – og hvør er orsøkin til tað?Nú havi eg altíð búð í Hvan-nasundi, so tað tók mær áleið eitt hálvt ár, at fella orduliga til. Samstundis skuldu nýggj vinarbond knýtast, tí eg kendi ikki serliga nógv fólk her niðri.

Nú trívist eg sera væl, og eg el-ski lívið í KBH. Umframt at út-búgvingin er ein motivations faktorur í sær sjálvum, til at vera verandi her, so er saman-haldið millum føroyingarnir nokk ein stór orsøk til, at eg stórtrívist. Her á kolleginum kunnu vit leypa inn til hvønn annan í tíð og ótíð, vit møtast til bindiklubb; og so er altíð okkurt samanhald á skránni í vikuskiftinum.

Hvat tekst tú við eftir skúlatíð/arbeiðstíð?Aftaná súkklitúrin heim úr skúlanum, stendur avslapping allarfremst á skránni. So sku-lu skúlatingini og døgurðin gerast. Umframt tað, fer tíðin við trening og kvalitets-tíð við vinfólkið og sjeikinum.

Hvat er tað besta við Danmark?Tú kemur langt og skjótt fram við einari súkklu, samstundis er veðrið næstan altíð gott, tá hugsað verður um, hvat eg eri von við heima í Føroyum.

Hvat er tað ringasta?

Tað var heilt sikkurt offentlig transport, áðrenn eg tók súk-kluna í brúk. – Annars burdu danskarir verði eitt sindur meira føroyskir.

Ætlar tú tær heimaftur?Eg trúgvi at mann má vera opin fyri øllum arbeiðsmø-guleikum eftir loknan lesnað. Tað kemur nokk at avgera búðstaðin.

Hvat fær teg at leingjast heim aftur á klettarnar?Føðingardagar, har man veit øll familjan er samlað, føroy-ski maturin, tá vit lurta eftir føroyskum tónleiki og tá man kemur fram á eitt bílat av føroyski nattúruni, fær heim-longsulin fram.

Hvørjum leingist tú mest eftir í Føroyum?Familjuni og vininum sjálv-sagt. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so sakni eg serliga nógv kettuna hjá mær.

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan danskara?Fitt fólk, ið ganga høgt uppí

tíð og avtalur (kalendarafólk) – og tosa leingi um tað, ein føroyingur hevði sagt í einum setningi.

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan føroying?Koyra ikki fingrarnir upp í tí-manum. Og klokkutíðirnar eru bert vegleiðandi.

Føroyingar hava lyndi at ”dumma” seg við tí málsli-ga á donskum – tað ger seg mest galdandi fyrstu tíðina niðri. Hevur tú nakrantíð ”dummað” teg?Kann ikki minnast nakað ítøki-ligt, men tað hendir meir enn so, at aftursvarið hjá danskara-num er ’’hvad?’’.

Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár?Tað er ringt at spáa um. Eg trúgvi støðan verður ein heilt onnur, enn hon er nú. Vónandi havi eg tikið eina kandidat-út-búgving, ella havi eitt gevandi arbeiðið.

Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møguleikin her: Vinkan á sundsvegnum fær eina serliga heilsan, annars gleði eg meg at síggja tykkum øll á SF í summar ! :)

Føroyingar kenna føroy-ingar. Hvør útiseti skal stan-da fyri skotum næstu ferð?Kristian Matras Absalonsen.

Útiset in hesaferð:”Danskarar duga at tosa leingi um tað,

sum føroyingar siga í einum setningi ”

Vit mugu bara fegnast um at eingin fekk skaða

Tað var ein sjónliga rørdur skipari vit hittu á brygg-juni, meðan bjargingarlið stríddust við at halda Ågot flótandi við bryggju. Hjál-tur Poulsen greiður frá at alt framskipið er skeikla og tað verður stór arbeiði at fáa umvælt skaðarnar.

Hetta er ein syndarlig støða. Vit eru akkurát ko-min aftur av einum góðum túri. Eg var komin til hús og so fekk eg at vita, at Ågot var ásigld á keiini. Eg væntaði ikki, at tað var so álvarsamt. Eg koyrdi skjótt út á kajina og tá sá eg, at tað reyk úr skorsteininum og báturin lá við nógvari slavsíðu. Eg kannaði fyrst, um sjógvur var í maskin-rúminum. Har var eingin sjógvur, men vit funnu so út av, at har var nógvur sjógvur í lastini og tað ble-

iv við at vaksa. Tá Slætta-berg fór eitt sindur út frá, so sjógvurin fossaði inn og allur fiskurin fór undir. Tað kom uml. 2 metrar upp í lastina. Vit skuldu byrja at landa klokkan 8 morgunin

eftir men so hendi hetta. Vit hava 40 tons av fiski og øll gørnini standa – 1320 gørn.

Skipssíðan, sum stendur ímóti keiini, hevur fingið eina stóra buglu á uml. 15 metrar allan vegin ef-

tir síðuni. Kúlustevnið á Slættaberg stendur inn í lastini og omanfyri eru rør bognað av spælinum. Yvirdekkið er bognað upp allan vegin tvørturum. Skipssíðan er kroyst ímóti

keiiini, so alt fabriksdekkið er bognað upp. Olja lekur niður í lastina, og skottið millum forlastina og aftur-lastina er bognað. Alt for-skipið hevur fingið skaða.

Kemur illa viðÍ fjør gekk raksturin av ski-pinum væl, men vit høvdu øgiliga truplar tíðir í uml. 3 ár frammanundan. Hetta hevur verið eitt gott ár hi-gartil, men so hendi hetta. Tað fer at taka leingi, at umvæla skipið.

Nú mugu teir fyrst stað-festa holið. Vit hava totta endarnar á Slættaberg upp um Ågot og yvir á keiina, fyri at halda skipið ímóti, so at tað verður meira tætt aftur.

Í løtuni sær tað ikki so galið út niðri í lastini. Har standa tvær pumpur og tær klára at halda lens. Vit hava pumpuna, sum teir brúka til at pumpa fiskin úr nóti-ni, niðri í lastini. Hon tømdi lastina beinavegin. Vit fáa siglt og har er eingin sjóg-vur í maskinrúminum.

Men hetta kemur illa við tí eg ætlaði mær, at brúka ski-pið restina av lívinum, men nú er alt ivasamt.

Tó mugu vit bara fegnast um, at eingin fólkaskaði var.

HJÁ LTUR POULSEN, SK IPA RI Á ÅGOT

NORÐLÝSIÐ NR. 8 FRÍGGJADAGIN 28. FEBRUAR 2014 11

Fólk sum stóðu á kajin og sum sóu skipið, siga at tað sást beinanvegin at eitth-vørt var galið, tí Slættaberg makaði ferð á seg, stýrdi ut-tanum Fiskaklett, og beint inn í síðuna á Ågot.

Bresturin var somikið harður, at sjógvurin, sum var ímillum skipið og ka-jina sprongdist langt upp í luftina og gummiringarnir, sum hingu niður við kajuni krúllaðust saman sum vóru teir sigarettpappír.

Nógvur roykur sást úr Ågot, tað var frystianleg-gið, ið hevði fingið skaða og freon lak út í stóru nøgdum

Tað var bakborðssíðan á Ågot sum lá inn ímóti ka-jini. Á stýriborðssíðu, har sum Slættaberg rakti, brast hol á botnin á Ågot har kúlan hjá Slættaberg rakti og eisini omandeks og inn á arbeiðsdekki hendi stórur skaði.

Sjógvur fossaði inn í ski-pið og tað var ein syrgilig sjón at síggja niður í lasti-

na, har 40 tons av liðugt-pakkaðum frystum svart-kalva lá, meginparturin undir í sjógvi.

Klaksvíkar Sløkkilið var skjótt á staðnum, teir fingu pumpur umborð á Ågot at halda skipinum lens. Ikki fyrr enn lastarúmið var frítt fyri freon, var farið niður í lastina at landa fiskinupp.

Fyri at tryggja at so nógv orka sum møguligt var til staðar í lastini á Ågot at halda lens við, var fiska-pumpan hjá Slættabergi koyrd niður í lastina, og tað vísti seg at hon kom sera væl við, tí hon skuldi bert koyra eitt lítið bil fyri at tøma lastina.

Arbeitt varð alla náttina til mikudagin við at tryggja Ågot og arbeiðið helt áfram mikudagin. Seinnapartin mikudagin var komið so-mikið áleiðis, at farið var undir at fáa Slættaberg, sum alla tíðina hevði ligið bundin at Ågot, yvir aftur á kajuna við NFCS.

Varðisliga var farið fram,

tí menn vitstu ikki hvat fór at henda, tá kúlan á Slætta-bergi bleiv leys av Ågot.

Fyri at tryggja at lastin ikki fyltist við sjógvi, varð bygt uppfyri holið í lastini á Ågot innanfyri, ímeðan menn stóðu klárir at draga eina presending fyri holið uttanfyri tá Slættaberg fór frá.

Slættaberg brúkti endar í land og spølini umborð at toga seg frá Ågot og at kaji-ni hjá NFCS og tað vísti seg at ganga væl.

So væl var fyrireikað, at tá avtornaði og Slættaberg var komin upp á pláss og Ågot var komin á rættkjøl, skipið hevði ligið kroyst ímóti kajini, við slagsíðu

inn yvir kajuna síðani týs-dagin, kom so lítið av sjóg-vi inn í Ågot, at avgjørt var at Ågot skuldi vera liggjan-di við Stórukaj til bedingin hjá KSS var tøk, soleiðis at skipið kundi takast upp hósdagin, ella møguliga seinni.

Tryggingin hevði sjálvan-di eitt orð at siga í øllum

hesum, og til at umboða tryggingina í bjargingarar-beiðnum, hevði tryggingin valt sær ráðgevandi skip-sverkfrøðingin Tormund Johannesen frá deildini hjá Knud E. Hansen í Føroy-um.

Framhald frá síðu 8

NORÐLÝSIÐ NR. 8 FRÍGGJADAGIN 28. FEBRUAR 201412

Leygarkvøldið tekur Team Klaksvík móti Kyndli, meðan tað verður topp dystur sunnu-dagin í bestu kvinnu deildini. JÁKUP ÓSÁ

Besta mansliðið hjá Team Klaksvík hevur staðið seg væl seinastu tíðina. M.a. vann liðið móti Neista-num og fleiri ferðir hevur manglað lítið í til at fáa fle-iri onnur stig. Dysturin er leygarkvøldið í Badminton-høllini móti Kyndil, sum er form sterkasta liðið í 2014 og sum eisini vann steypa-kappingina. Dysturin í Badmintonhøllini byrjar kl. 18.00. Besta kvinnuliðið hjá Stjørnuni spælir hetta vikuskiftið í Vági móti VB.

Toppdystur hjá kvinnumLeygardagin spæla men-ninir hjá Mjølnir móti SÍ í Badmintonhøllini. Dystu-rin byrjar kl. 15.30. Sunnu-

dagin verður toppdystur í bestu kvinnudeildini. Mjøl-nir og Fleyr bresta saman

og hetta eru somu lið, sum spældu steypafinaluna. Í landskappingini liggja liði-

ni lið um lið og hava skift um at ligið á odda í kap-pingini. Undan dystinum er

Mjølnir 4 stig frammanfyri, men Fleyr hevur ein dyst til góðar frá grundspælinum.

Dysturin byrjar kl. 14.00 sunnudagin.

Týskvøldið vandi Rodrigo Silva við KÍ.JÁKUP ÓSÁ

Talan er um royndarvenjing hjá fyrrverandi KÍ álopsle-ikaranum, sum gjørdi um seg í 2008 við 11 málum í 23 landskappingardy-stum. Hann skuldi væn-tandi spæla við, tá KÍ og Skála spældu venjingardyst á Skála hóskvøldið eftir at blaðið var farið til pren-tingar. Hetta vikuskiftið spælir KÍ ikki. Flytingarg-

luggin letur aftur 10. mars og tá skal støða í seinasta

lagi takast til, um 31 ára gamli Rodrigo skal fáa sát-

tmála við KÍ.

TE AM KL AKSVÍK OG MJØ LNIR Á HEIMAVØ LLI

RODRIGO ROY NDARV ENUR V IÐ KÍ

NORÐLÝSIÐ NR. 8 FRÍGGJADAGIN 28. FEBRUAR 2014 13

Norðlýsið hevur mett um KÍ liðið, sum spældi í Klaksvíkskap-pingini 2014.

JÁKUP ÓSÁ

KÍ kom í finaluna fyri fyr-stu ferð síðani 2008 og tað eigur at bera boð um eitt sterkari lið enn undanfarin ár. Men tað er ikki vist, tí KÍ møtti ÍF, sum hevur mist nógv fólk og sum eins og KÍ ikki spældi í ster-kastu uppstilling. ÍF hevur ikki verið sannførandi í venjingardystunum og 1-1 javnleikurin var eisini í tráð við leikgongdina. KÍ vann brotsparkskappingi-

na. Í finaluni móti HB sóu vit høga leikferð og eitt KÍ lið, sum legði nógv fyri. Til tíðir við hørðum spæli, sum kanska komst av, at HB fekk mál tíðliga í dystinum, har KÍ síðani skuldi koyra eftir útjavnandi málinum móti einum HB liði, sum í verjupartinum stóð seg væl. Endaliga úrslitið gjørdist 1-0 til HB í í jøvnum dysti.

Í kappingini var tað ymiskt, hvussu sannførandi einstøku avrikini vóru. KÍ byrjaði móti ÍF við hesum liðnum: Meinhardt Joen-sen – Gunnar Chrsitiansen, Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Tórur Jusesen – Atli Danielsen, Ndende Adama Gueye, Jóhan Jacobsen – Álvur Christiansen, Hjalgrím Elttør, Heðin Klakstein. Í finaluni móti HB var sama uppstilling burtursæð frá, at Páll A. Klettskarð kom inn fyri Jóhan Jacobsen. Tá fór Hjalgrím Elttør aftur á

miðvøllin. Men hetta vardi bara í 35 minuttir, áðrenn Páll aftur føldi til skaðan, sum hevur darvað honum seinastu tíðina. Niðanfyri hava vit peikað á 5 leika-rar, sum stóðu sterkast í myndini hjá KÍ samanlagt í Klaksvíkskappingini.

Jonas Flindt RasmussenNýggi stýrimaðurin í ver-juni sær út sum ein hart tiltrongdur styrkur hjá KÍ. KÍ lat sjáldan minni enn 2 mál inn í nøkrum dysti seinasta kappingarár, men hesar báðar dystirnar í Klaksvíkskappingini fóru bara 2 mál inn. Annað uppá beinleiðis fríspark og hitt eftir hornaspark. Sum heild lat KÍ fáar mál møgu-leikar burtur og tað komst møguliga av tí, at Jonas stóð so sterkur í myndini. Hann vísti øgiliga styrki í nærdystunum og ein vilja, sum KÍ hevur saknað. Til tíðir spældi hann kanska

ov hart, men klaksvíkingar vóru sannførdir av nýggja danskaranum í KÍ verjuni.

Tórur JustesenÁ vinstra bakki spældi Tórur Justesen á plássinum, sum Heðin á Lakjuni hevur røkt seinastu 2 árini. Hann kom væl frá uppgávuni og var ikki ávirkaður av, at hann ikki hevur nógvu royndirnar og ei heldur er vanur við at spæla á bak-kinum. Bæði frameftir og aftureftir stóð hann sterkur í myndini. Spældi eisini nakað hart seinna dystin og tað endaði við tveimum gu-lum kortum, men tað vísti eisini, hvussu nógv hann legði fyri og ikki smæd-dist. Tykist vera upplagt fyrsta val til vinstra bakk, tá kappingin fer í gongd um 2 vikur. Mest jaliga íkastið á KÍ liðnum í kappingini í mun til væntanir.

Meinhardt Joensen

KÍ málverjin hevði ikki eitt gott kappingarár í fjør. Men í Klaksvíkskappingini sá hann munandi tryggari út. Var uttan møguleika til tey bæði málini, sum fóru ígjøgnum. Hevði einstakar góðar bjargingar og var an-nars fyri tað mesta tryggur. Tykist eisini hava fingið gott av, at Jonas Flindt Ras-mussen er komin at spæla frammanfyri eins og í B36 í 2011 og 2012.

Ndende Adama GuéyeFyri Ndende var talan um tvey ymisk avrik í Klaks-víkskappingini. Fyrra dag-in móti ÍF var hann kan-ska tann besti KÍ leikarin, meðan avrikið dalaði nógv seinna dagin. Møguliga var orkan ikki til tveir tættar og harðar dystir uppá tveir da-gar. Fyrra dystin gav hann KÍ liðnum eins og Jonas eina øgiliga styrki í nær-dystunum og tá hann fekk bóltin, so var tað nærum

altíð ein bláur, sum fekk hann aftur. Spæli eisini nógv frameftir og nógv við fyrstu ferð avleveringum. Tykist fara at styrkja væl um KÍ miðvøllin.

Hjalgrím ElttørHjalgrím var eitt sindur óstøðugur gjøgnum dystir-nar. Fyrra dagin hevði hann trupla uppgávu at spæla sum einsamallur álopslei-kari, men tað var hann, sum var við í tí mesta, sum KÍ skapti fram eftir vøllinum. Hann skoraði móti ÍF og hevði eitt annað skot á ston-gina. Tað vóru eisini løtur, har hann var heilt úti úr dy-stinum, men samanlagt lá hansara arbeiðs avrik ikki eftir.

HESIR KÍ LEIK ARARNIR STÓÐU SEG BEST Í KL AKSVÍKSK APPINGINI

NORÐLÝSIÐ NR. 8 FRÍGGJADAGIN 28. FEBRUAR 201414

Áðrenn farið varð avstað á tann 4,1 km langa teinin (onkur við barnavogni), hitaðið Gutti Sørensen ren-narnar upp við venjingum á staðnum. Málið var Klaks-víkar Sjúkrahús, har øll stukku inn á gólvið at fáa okkurt leskandi og annars fáa lut í teimum mongu kanningartilboðunum og ráðunum, fyrikomandi starvsfólki har høvdu at bjóða.

RøðanGóðan dagin og vælkomin til Torrarenningina 2014.

Eg haldi, at vit ofta hug-sa, at vit eru í og so stirvin,

flyta okkum ov lítið hug-sjónarliga og gera tað sama og sama umaftur. Eg setti meg at hyggja í torraskrán-na fyrst í vikuni og hugsaði, sum vit í Klaksvík eru flek-sibul, rúmlig og broytilig.

Torri merkir fyri okkum gýting/grunnar/fiskur, og eru vit komin til endan av torravikuni, sum fyri 8. ferð er hildin her í Klaksvík. Væl vitandi um, at tað eru tey fáu, sum liva burturav av fiskivinnuni í dag, so velja vit at halda og vísa á, hvønn týdning fiskivinnan hevur fyri samfelagið.

Aftur til skránna. Kjak-fundir, fyrilestrar, heil-

sukafé, myndaframsýning og í dag heilsurenning eru nakað av tí, vit hava á skránni. Við at hava eina so fjølbroytta skrá, viðurken-na vit eisini ymiskleikan í okkara býi, og at vit verða noydd at blanda nýggjar lívsstílar upp í eitt nú fiski-vinnusamfelagið.

At vit seinastu árini eisi-ni hava havt heilsurennig á skránni er gleðiligt, og flei-ri fólk verða knýtt at tiltaki-

num. Í Klaksvík er Treysti eitt aktivt og attraktivt felag, sum savnar og virkar mongum til gagns.

Men sum altíð, einki tiltak uttan áhoyrarar, og

ongin renning uttan tyk-kum rennarar. Gleðiligt er at enda torravikuna við eini renning, har øll kunna verða við.

Eg ynski tykkum ein

góðan rennitúr og gott vikuskifti. Hervið verður torrarenningin 2014 sett í gongd.

Niðanfyri prenta vit røðuna sum Signhold V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini helt, tá ið torrarenningin varð sett í gongd niðanfyri Klaksvíkar Sjúkrahús leygardagin í Torravikuni.

EIN RENNING H A R Ø LL KUNN A V ERÐA V IÐ

NORÐLÝSIÐ NR. 8 FRÍGGJADAGIN 28. FEBRUAR 2014 15

Norðoya Sambandsfelag skipaði fyri fundi á Ho-tel Klaksvík mánakvøldi har væl av sambands-hugaðum fólki møtti. Á fundinum greiddi Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmaður, frá politisku málunum sum eru framd hesi tíggju árini Sam-bandsflokkurin

Sambandsflokkurin við ábyrgd í 10 árÁ fundinum greiddi Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmaður, frá politisku málunum sum eru framd hesi tíggju árini Sambands-flokkurin undir hansara le-iðslu hevði havt ábyrgd av føroyska samfelagnum og teimum avbjóðingum sum

stóðu fyri framman.Løgmaður nevndi mil-

lum annað at síðani 2008 er játtanin til sosial mál hækka eina hálva milli-ard, hóast tað í miðlunum verður ført fram at Føroyar undir leiðslu av Sambands-flokkinum eru minni so-sialar.

Tey seks árini Sambands-flokkurin hevur sitið við landsins leiðslu er játtanin til Almannamál, Heilsumál og Mentamál hækka við 382 mió. kr. um vit frárok-na Heilsutrygd. Í 2008 vóru hesi øki 72% av rakstrinum av samlaðu fíggjarlógini ( frároknað løgur) og í 2014 eru hesi øki heili 80,8% av fíggjarlógini eftir at vit sei-nastu árini hava uppraðfest

hesi øki. Harafturat hevur Sambandsflokkurin megna at hækka blokkin og løg-maður skeyt upp at øktu inntøkurnar frá prístals-reguleringini átti at verða lagdar beinleiðis oman á pensjónirnar.

Undir orðaskiftinum fekk løgmaður rósur fyri tað støðu sum Føroyar un-dir hansara leiðslu høvdu tikið í makrelstríðnum, og tann týdning hetta hevur havt fyri føroyska samfela-gið.

Bjørn Kalsø, sum júst fyri 10 árum síðan á fyrsta sinni tók við sum lands-stýrismaður – tá í fiskivin-numálum – umsitur í dag Mentamál. Hann greiddi á fundinum m.a. frá út-

byggingunum hesa tíðina hann hevur sitið við ábyr-gd av mentamálum, eitt nú Skúladepilin í Marknagili, Útbyggingarnar á Tekniska Skúla, Skúlanum á Kambs-dali, umframt aðrar útbyg-gingar.

Landsstýrismaðurin greiddi eisini frá nýggju gymnasialu miðnáms-skúlaskipanini og broy-tingum, sum eru gjørdar á yrkisútbúgvingarøkinum umframt nýggjum útbúg-vingarmøguleikum á fleiri økjum.

- Ein partur sum ikki hevur fingið stóra rúmd í miðlunum er, at vit tey seinastu árini hava arbeitt nógv við at útvega skúla-tilboð til næmingar ung við

serligum tørvi. Sáttmálin um rættindi hjá teimum, ið bera brek, sum vit hava tikið undir við ásetir, at øll skulu hava sama rætt til skúla. Her royndu vit ein nýggjan flokk í Hoydølum í fjør fyri fólk innan fyri autismuøkið. Og ætlanin er, at ein flokkur afturat verður skipaður í summar annaðhvørt í Hoydølum ella á Kambsdali alt eftir tørvi. Ætlanin er eisini at skipa fleiri serliga tilrættaløgd skúlatilboð til næmingar við serligum tørvi, har dentur verður lagdur á at næmingarnir fáa eitt heil-dartilboð við skúla frítíðar-virksemi og búplássi.

- Samstundis arbeiða vit eisini við at menna fólka-

skúlan og í tí sambandi leggja størri sjálvræði út á skúlar ella skúlaøki, sum kunnu samstarva og á tann hátt geva næmingum fleiri fjørbroyttari og mennandi tilboð segði Bjørn Kalsø m.a. og staðfesti at hóast næmingatølini í fólka-skúlanum tíverri eru fallan-di í løtuni, so hava tað on-gantíð áður verið so nógvir næmingar sum hava gingið á miðnámi og til hægri les-tur heima í Føroyum enn júst nú.

Avrátt var at hittast aftur til fundar í marsmánað.

Sambandsf lokkurin hækka rakstrar játtanina til sosial mál 500 mió. seinastu 8 árini

Eins og undanfarin ár verður skipa fyri fø-stulávintstiltaki í KÍ høl-lini.

Tiltakið verður leygardagin

1. Mars kl. 14.00. Á skrán-ni er tunnusláttur, mat og køkutombola o.a. Katta-kongarnir fáa virðisløn, og øll børn fáa góðgætið.

Atgongumerk á 20,00 kr fáast við dyrnar frá kl.

13.45Vónandi verðu so

nógv børn sum gjørligt grýluklødd til tiltakið.

Klaksvíkar Hornorkestur

ST ÓR T FØ ST UL ÁV INT SH A LDÍ K Í H Ø LLINI LE YG A RDAGIN

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Nú Ågot og slættaberg lógu áfastir við stórukaj í Klaksvík týsdagin og mikudagin, vitjaðu fleiri flokkar úr barnagørðunu á kajini at hyggja at hvus-su leikur fór.

Hóast tað er ilt at síggja hvat bylgjist í einum bar-nasinni, so er lítil ivi um, at slíkar hendingar bíta seg fastar í minnið hjá teimum.

Mikudagin kom eg gan-gandi niðaneftir kajini við myndatólinum, tá hesin fitti flokkurin av børnum stóð og hugdi at.

Vitsti tú ikki betur, so helt tú at tey fylgdu als ikki við, tí tey fingust við alt møguligt annað ímeðan tey hugdu og á andlitsbráðu-num sást tú als ikki at hetta sum her fyrifórðst ávirkaði tey nakað sum helst.

Eg fekk tó annað at hug-sa um. Eg tók myndatólið fram og klikti eina mynd av teimum, summi skemtaðu, ímeðan onnur goymdu seg aftanfyri vinfólk. Men eg fekk eina mynd við loy-vi frá pedagogunum, sum

vóru við.Tá eg gekk yvir til bilin

hjá mær, ið stóð nakað frá, komu tey leypandi aftaná

mær og vildu síggja myn-dina.

Eg hugsaði at tað var myndin av teimum, tey vil-

du síggja, men nei, tey vil-du síggja skipið.

Tá eg so vísti teimum eina mynd av Slættabergi og

Ågot har tey lógu samant-vinnaði, søgdu dreingirnir skuffaðir – fekst tú ikki bílat av holinum - hvar er

holið? -rópti ein teirra, jú sanniliga teir høvdu fingi við hvat gekk fyri seg niðri á kajuni.

B Ø RNINI HUGDU V IÐ SPENNINGI AT ÅGOT OG SL Æ T TA BERGI – H VA R ER HOLIÐ?