16
NR. 1 FRÍGGJADAGIN 10. JANUAR 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 - lokala røddin síðani 1915 ER WAAGSTEIN FARIN Í GLOYMSKUNA? 10 VENJINGAR- DYSTIR Á SKRÁNNI PAULI HELDUR FRAM SUM HJÁLPARVENJARI ÁRIÐ IÐ FÓR úr Norðlýsinum 2013 84 ÁRA GAMAL RINDAÐ TIL NORÐOYATUNNILIN 33.000 KR. HETTA ERU FLYTINGARNAR HIGARTIL Vit hava samlað yvirlit yvir, hvørjir leikarar hava skift felag í Effodeildini í vetur. LØGMAÐUR TVÍDEILDUR Í TUNNILSMÁLUNUM GREITT FRÁ BYRJAN LANDSKASSIN YVIR- TEKUR RAKSTURIN

Nordlysid nr 01 2014

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 1 Fríggjad. 10. jan. 2014

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 01 2014

NR. 1 FRÍGGJADAGIN 10. JANUAR 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

- lokala røddin sí ðani 1915

ER WA AGS T EIN FA RIN Í GL OY MSK UN A?10 V ENJING A R-DYS T IR Á SK R Á NNI

PAULI HELDUR FR A M SUM HJ Á LPA RV ENJ A RI

ÁRIÐ IÐ FÓR úr Norðlýsinum 2013

84 ÁRA GAMAL RINDAÐ

TIL NORÐOYATUNNILIN33.000 KR.

HE T TA ERU FLY TING A RN A R HIG A RTILVit hava samlað yvirlit yvir, hvørjir leikarar hava skift felag í Effodeildini í vetur.

L ØGM A ÐUR T V ÍDEILDUR Í T UNNIL SM Á LUNUM

GREIT T FR Á BY RJA N L A NDSK ASSIN Y V IR-

TEK UR R A KST URIN

Page 2: Nordlysid nr 01 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 1 FRÍGGJADAGIN 10. JANUAR 20142

L E I Ð A R I N

Aftur í ár skipar Berin fyri vikuskiftistiltaki á Háskúlanum í Havn.

Tiltakið er ætlað:• børnum og ungum, sum ganga í bólki hjá Beranum• børnum og ungum, sum hava gingið í bólki hjá Beranum• avvarðandi at børnum og ungum, sum ganga ella hava gingið í bólki hjá Beranum

Tiltakið er skipað við t.d. drama-, myndlista- og skriviverkstaði. Eisini verða fyrilestrar, framførs-lur, upplestrar o.a. til gaman og álvara.

Kostnaðurin er 250 kr. fyri hvønn luttakara fyri alt vikuskiftið. Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 14.01. Avmarkað pláss, so tað er at skunda sær at melda til.

Tilmelding á tlf. 222993, ella við at skriva til [email protected] ella á FB síðuna hjá Beranum, har møgu-leiki eisini er at síggja skránna.

Vikuskif tistiltak hjá Beranum

24.-26.jan. 2014

D iamantbrúdleyp

16. januar hava Selma og Byrger Heinesen Klaksvík verði gift í 60 ár.

Dagurin verður hildin í heiminum á Brekku 16 frá kl. 16.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sambært §9 í lógum felagsins verður boðað til uppstilling til nevndarval í Starvsmannafelag-num.

Veljast skulu 2 nevndarlimir og 2 tiltakslimir. Nevndarlimirnir verða valdir fyri 3 ár og tiltaks- limirnir fyri 1 ár á aðalfundi felagsins 8. mars 2014. Uppstillingin skal verða liðug innan 1. feb. 2014.

Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður skrivstovu felagsins skrivliga frá, at limur sjálvur ynskir at stilla upp, ella at limur ella limir ynskja at stilla annan lim upp. Stillar limur ella stilla limir annan lim upp enn seg sjálvan, skal samtykki va-levnisins fylgja við uppstillingarfráboðanini. Tann skrivliga frásøgnin um uppstilling skal verða skrivstovu felagsins í hendi ikki seinni enn 1. februar 2014. Í frásøgnini skal verða tilskilað navn og bústaður hjá valevninum, og hvar va-levni arbeiðir. Aðalfundurin velur nevndarlimirnar beinleiðis við vanligum meiriluta. Limir verða, í seinasta lagi tá aðalfundurin verður lýstur, kunnaðir um, hvørji stilla upp til nevndar-val og verða at velja ímillum á aðalfundinum. Víst verður annars sum heild til § 9 í felagslógini. Fráboðanir um uppstilling verða at senda til

StarvsmannafelagiðJ.H. Schrøtersgøta 9Postboks 165110 Tórshavn

Uppstilling til nevndarvalí Starvsmannafelagnum

Tað var ótrúliga klossugt av nevndini, sum í samband við nýggjárssendingina hjá Kringvar-pinum helst av óansni kom at niðurgerða Livar Nysted, ikki at hava áræði til at viðganga eitt mistak.

Fyri tað fyrsta er sera óskiljandi og hugstoytt at lesa undanførðslurnar hjá FSF forsetanum, ið sjálvur hevur sitið í dómsnevndini, sum nú sigur okkum hyggjarum, at valið av ársins ítróttarfólki onki hevur við FSF at gera. Tað var ikki tað vit væntaðu fór at koma frá FSF fosetanum sum limi í dómsnevndini – hví var Livar ikki tikin við, tað er brennandi spurningurin.

Suni Merkistein harafturímóti, hann var so fræg-ur, at hann kom við sínum grundgevingum. Men vit hava ilt við at skilja grundgevingar hansara.

Ítróttarfólk arbeiða øll undir viðurskiftum, sum eru lagað til teirra ítrótt, og tað hevur við sær, at reglugerðir, treytir og lógir sjálvandi líkjast nógv frá í teim ymsu ítróttarbólkunum. Telving og svimjing hava soleiðis heilt ymiskar reglur hvør á sínum øki.

Tá Suni nevnir, at í havrógving gava veður og vindur stóra ávirkan, jamen, tað er jú tað sama vit kenna við okkara kapprógving og fyri tann skuld eisini í fótbóltskappingum og nógvum øðrum kappingum. Tað eru nevniliga tær allar fægstu ítróttargreinar, sum ikki eru ávirkaðar av onkrum óvæntaðum frá umhvørvinum, so ella so.

At Suni Merkistein fær havrógving til at vera nakað heilt annað, bera grundgevingar hansara í veruleikanum als ikki boð um.

Sum vit hava sæð, síðani tað kom fram, at dóm-snevndin als ikki hevur tikið stóra avrikið hjá Livari við í metingar sínar, so stendur hópur av hyggjarum sum sligin á nevið og kanska ser-stakliga aftaná, at nevndarlimir byrja at bera í bøtuflaka fyri egið mistak.

Men vit hava áður sæð slíkt – tey mundu vera mong sum undraðust, at leikararar hjá KÍ kvin-nunum fingu so lítið burturúr, tá heiður bleiv útmáldur ímillum føroysku fótbóltskvinnurnar.Her skal undirstrikast, at vit á ongan hátt undir-meta tað, sum Pál Joensen hevur staði fyri nú í drúgvt áramál. Pál er heilt víst ein av okkara bestu ítróttarfólkum og hevur so sanniliga up-piborið allan heiður.Málið snýr seg hinvegin um, at eitt annað av okkara stóru ítróttarfól-kum soleiðis verður niðurgjørt – ja, ein kann ikki annað enn at brúka orðið niðurgerðing, nú limirnir í dómsnevndini hjá Kringvarpinum ikki hava verið somikið at sær komnir, at teir hava rygg til at viðganga, at teir gjørdu eitt mis-tak. Mistakið er ikki at teir ikki hava valt Livar framum Pál, tí tað er tað ongin ið krevur, men ikki at viðurkenna avrik hansara og afturat tí, brúka kreftir uppá at niðurgerða havítróttina er líkasum botnurin av allari skomm.

Livar niðurgjørdur

Page 3: Nordlysid nr 01 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 1 FRÍGGJADAGIN 10. JANUAR 2014 3

Starvið er játtað frá 1. februar 2014 til 31. desember 2014.

Endamálið hjá Námsfrøðiligu Ráðgevingini er millum annað:•• at ráðgeva stovnum, starvsfólkum og foreldrum•• at gera námsfrøðiligar eygleiðingar av børnum•• at gera menningarætlanir •• at menna og veita starvsfólkum •• námsfrøðiliga ráðgeving

Klaksvíkar kommuna I Nólsoyar Páls gøta 32 I Postboks 2 I 710 Klaksvík I Tlf. 41 00 00 I [email protected] I www.klaksvik.fo

Námsfrøðiliga Ráðgevingin hjá Klaksvíkar Kommunu søkir eftir námsfrøðingi ella fólki við hóskandi útbúgving, 20 tímar um vikuna

S TA R V S L Ý S I N G

Vit kunnu bjóða:•• Eitt starv við nógvum avbjóðingum•• Eitt fakligt mennandi starv

Setanin er sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Námsfrøðiligu Ráðgevingina á telefon 667798 ella 236790.

Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu vera Námsfrøðiligu Ráðgevingini í hendi í seinasta lagi 22. januar 2014.

Námsfrøðiliga RáðgevinginNólsoyar Pálsgøta 12700 Klaksvík

Page 4: Nordlysid nr 01 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 1 FRÍGGJADAGIN 10. JANUAR 20144

Tað er í nógv størstan mun norðoyingar sum rinda fast hald í Norðoyatunnlin um. Ein 84 ára gamal pensjó-nistur ringdi til Norðlýsið og greiddi frá at hann síðan N-tunnilin bleiv tikin í brúk - hvønn mána hevði rindað 388 kr. í tunnilshald.

Higartil hevur hann gol-dið umleið 33.000 krónur.

- Eg var millum tey fyrstu sum teknaði tunnilshald tá Norðoyatunnilin varð tikin í brúk í 2006.

Nú ætlanir eru frammi

um at vit sum rinda bum-mgjald í Norðoytunnlinum, eisini skulu verða við til at rinda tunnilsgjald eftir at lánini í tunnlunum eru útgoldin hugdi eg nærri at rokningunum sum eg og konan hava fingið frá Norðoyatunnilinum sei-nastu árini.

- Og tað er ikki so lítið at vit sum pensjónistar hava goldið. Frá 2006 til dagin í dag hava vit rindað góðar 33.000 kr. Fyrsta rok-ningin kom tann 23. maj

2006. Baði eg og konan eru pensjónistar og tí eru vit ikki millum tey sum brúka tunnilin nógv. Men hóast tað so hava vit seinastu ári-ni rindað hvønn mánað til Norðoyatunnlin. Hetta er nú ikki so lítið tí samanbe-ra vit hetta við vegskattin so er hann bara 227 krónur um mánan og vegskatt eru allir bilførarar jú við til at gjalda. Nú tosa verður um samhaldsfesti so kundi tað kanska verið hóskandi at lagt 388 krónur oman á vegskattin hjá øllum før-

oyingum. Men tað høvdu neyvan øll verið glað fyri. Gjaldið sum eg og konan rinda til P/F Norðoyatun-nilin er umframt tað sum vit annars rinda til tunnilin umvegis skattin.

- Eg haldið tó at tað kann ikki verða rætt at vit sum noyðast at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin skullu rinda fyri aðrar tunnilsver-kætlanir ella sum nú liggur í kortinum at vit eisini sku-lu endurrinda tað sum vit gjøgnum skattin hava verið við til at sett í Norðoyatun-

nilin sum partapening.Hetta er ikki rættvíst tí so

er tað ein stórur partur av fólkinum, sum lítið og ein-ki rindar. Haldi eisini tað er óheppið við uppskotinum sum borgarstjórin í Havn kom við har hann í 2010 skjýtur upp at leggja tun-nilsgjald sum eitt avgjald á olju. Tí tá verður tað tey sum eru noydd at brúka bil-in sum arbeiðsamboð sum rinda tað mesta.

- Eg haldi at skullu vit fíggja tunnilsbygging við einum serligum gjaldi so

má tað gerast soleiðis at øll eru við til at rinda sín part. Vit rinda øll fyri tað sum vegakervið kostar og tí er ikki órímiligt at vit løgdu tað umvegis vegskattin - ella sum vit hava gjørt hig-artil - umvegis skattin.

RED: 84 ára gamli klaks-víkingurin sum saman við konuni kom inn á redaktió-nina – ynskti ikki at verða nevndur við navnið.

84 Á R A G A M A L RINDAÐ 33.000 K R. TIL NORÐOYATUNNILIN

Sum nýgift hjún tá mið-skeiðis í sjeytiárunum í farnu øld høvdu vit hug at ferðast í egnum landi, og saman við góðum vinfól-kum komu vit á sumri í 1975 til Hattarvíkar, hesa fjálgu bygd við tveimum býlingum: Niðri í Húsi og Uppi í Húsi.

Her var liviligt og lív-ligt, stívliga fjøruti fólk í níggju húsum og so var tað Keldhúsið, sum Tórgerð og Hjørleif høvdu sett í stand og leigaðu út. Her dvøldust vit ta einu vikuna saman við vinfólkum og børnum teirra og so vit fýra eina viku aftrat.

Gloymd vóru klokka og arbeiðsskyldur eitt andar-hald, og tú kendi, at her kundi tú liva – veruliga liva. Havið streymaði inn í eygu tíni, Kellingará kvað so hulisliga, grøni bøurin var so sissandi – og fuglu-rin læt.

Telefon var ikki løgd inn í øll húsini, og tí var tele-fonstøð í bygdini, og hon var í Uppistovu, har Símun var bóndi á garðinum og Olga húsmóðir. Her kom nógv fólk á gátt – og her var altíð óført prát.

Var tað bara gandur, ella vóru tað ættarbond frá far-num øldum, sum tú einki visti um, sum drógu okkum at hesi bygd?

Sum leið móti sumri, herdi longsilin á, og tað var sum ein stuttleiki at fara at pakka niður til sælastu lø-turnar á árinum: tvær vikur hvørt summar gjørdust til tríggjar ella fýra, tann eina summarferðin gjørdist til

tólv, og so bygdu vit á Fla-tabeiti og búðu Uppi í Húsi tólv av árunum frá 1987 til 2010.

Hesa tíðina búðu fólk fast í trimum húsum í býlingi-num: Í Uppistovu, í Úti-stovu og hjá Mikkjali. Í øllum blíð og fryntlig fólk, sum tú ert takksamur fyri at hava kent.

Símun er, sum skilst, fød-dur 9. januar í 1924. Forel-dur hansara vóru Gulakur Gullaksen, bóndi í Uppi-stovu og Petra Elisabeth, fødd Petersen úr húsinum á Fløtti niðri í Húsi. Símun átti eina systur, Fridu Male-nu, og fimm brøður: Jóhan Jákup, Mourentius, Algot, Leon og Gilbert, sum í juli mánaði í 1951 - um fer-mingaraldur - fall í Skoru-num.

Øll bera Símuni tað, at hann var góður bóndi. Tað

sást og sæst enn, nú árini eru komin, at honum dá-mar hetta lívið, at fáast við kríatúr og alt starv, sum hoyrir bóndaskapi til. Ein skilamaður, bæði tá ið rád-di um arbeiði á landi og at søkja sjógvin. Mangan hevði hann á orði, hvussu hugaligt tað var at rógva norð undir land tá í fimm-tiárunum, tá ið lomviga-garðarnir flugu tættir um Múlan.

Símun er orðhagur, he-vur lært av sínum lívsroyn-dum og er vitugur maður. Tað gav at bíta, tá ið hann ráddi fyri mær gátuna, eg sum bókmentaundirvísari mangan hevði grundað um – endan á søgnini um Gull-heyggin í Hattarvík.

“Lindormurin varðveitti gullið og liggur á tí enn. Høvur hansara liggur undir øskudunganum tætt undir

húsunum í Hattarvík, men halin liggur “inni á tjørn” (innantil á hálsinum, hálvan fjórðing frá bygdini). Bukt-in liggur á gullinum undir Gullheyginum. Søgn er, at, fær ormurin høvdið út un-dan øskudunganum, skal Hattarvík forganga.”

“Far tær niðan á Kross!” segði Símun, “og hygg eftir, hvussu nýggi vegurin buk-tar seg inn móti Hálsinum og síðani oman um húsini. Ormurin hevur longu fingið høvdið út undan øskudun-ganum. Við vegnum kom “gullið”, peningurin, og nú er bygdin fokin!”

Hetta er ein gløgg eygle-iðing, sum kann vera líka so røtt sum aðrar gitingar.

Og føðingardagsbarnið hevur sæð øgiligar broy-tingar:

Tað árið, hann var borin í heim, vóru í bygdini 78 fólk

í tólv húsum. Hetta talið vaks upp í knappliga 100 fólk beint fyri seinna kríg-gj, tók so at minka serliga frá 1960 og úteftir. Sam-bært tølum frá Hagstovuni búgva í dag 14 fólk í Hat-tarvík, men um veturin eru í mesta lagi seks fólk á rókini.

Tað var bygdini allari eitt meint bakkast, tá ið Olga doyði seinast í mars í 1995 í til tað góðum árum. Mei-nastur var missurin sjálv-sagt Símuni, sum kortini sáttaðist við einbýli, hug-naði sær heima og røkti sítt yrki.

Vit hava so nógv gott at bera hesum bóndahjúnu-num í Uppistovu. Ta fyrstu ferðingartíðina var tað fast um ólavsøkumundið, at børnini fram móti midnátt fóru við lykt niðan við ánni at leita eftir lundapisum,

og vit tilkomnu hópaðust í køkinum í Uppistovu, har vit hugnaðu okkum langt út á náttina. Og eitt av sei-nastu kvøldunum, áðrenn vit fóru av oynni, vórðu vit altíð boðin til nátturða við øllum góðum úr bóndans húsi.

Tá ið vit fluttu út til Hat-tarvíkar, var valla dagur, har vit ikki stukku inn á gólvið hjá hesum blíðu fól-kum, og mikukvøldini, vit tóku saman í køkinum í Útistovu, var Olga hin læt-tasta í ringinum – og har dansaðu vit dansispøl, om-mur og abbar, vit á miðjum aldri, ungdómar og børn so hugagóð.

Best trívist Símun í Hat-tarvík, sum hann er sam-grógvin við.

Farin um tey áttati plag-di hann at fara inn til síni í Klaksvík at halda jól, men hann læt altíð ljós brenna í køkinum, tí hann orkaði ikki at hugsa sær, at myrkt var í Uppistovu um høgtíði-na. Nú býr hann í sambýli-num á Heygnum, har hann hevur tað gott, men støðugt stundar hann eftir sum-ri og seinni skurðfjøllum, tá ið hann aftur setur fót á sína oyggj.

Hjartaliga til lukku, Símun!

Ein heiðursmaður hevur tú altíð verið. Vit takka tær fyri gott grannalag og fyri alt, tú lærdi okkum – bæði við orðum og gerðum.

Árni Dahl

Símun í Uppistovu í Hattarvík nítiMyndin er tikin í 1988, tá ið ein íslendskur myndamaður vitjaði í Hattarvík.

Page 5: Nordlysid nr 01 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 1 FRÍGGJADAGIN 10. JANUAR 2014 5

Pauli Poulsen verður eisini í 2014 hjálpar-venjari hjá Eyðuni Klakstein.Jákup Ósá

Tá KÍ skifti venjara miske-iðis í kappingini í fjør, bleiv sáttmáli gjørdur við Eyðun Klakstein sum høvuðsven-jara og Paula Poulsen sum hjálparvenjara. Eyðun gjør-di sáttmála til og við kap-pingarárinum 2014, meðan Pauli gjørdi sáttmála fyri 2013. Sostatt hevur ivi ve-rið um í eina tíð, hvør fór at vera hjálparvenjari hjá KÍ í ár. Men til venjingina mánakvøldið í hesi viku-ni var Pauli aftur at síggja á vøllinum og Niclas K. Niclasen, dagligur leiðari í KÍ, sigur í stuttari viðmer-king við Norðlýsið, at sát-tmáli er gjørdur við Paula Poulsen fyri kappingarárið

2014. Sostatt fer KÍ í Paula at hava ein tann mest royn-

da hjálparvenjaran í deildi-ni.

KÍ skráin fyri venjingardystir er løgd. Fyri tað mesta verður talan um ven-jingardystir móti Eysturoyar liðum.

Jákup Ósá

Landskappingin í Effode-ildini byrjar leygardagin 15. mars. Men áðrenn tað vera nógvir venjingardystir leiktir. KÍ hevur avtalað 9 dystir umframt venjarakap-pingina í Havn 1. februar, har minst tríggir dystir á ein tíma vera leiktir. 1.-2. mars verður árliga Klaks-

víkskappingin, har liðini í ár verða KÍ, HB, ÍF og B36. Seinasta royndin áðrenn landskappingina verður 8.mars móti B68 í Klaks-vík. Veðrið plagar eisini at hava ávirkan, so tað er ikki vist, at skráin altíð fer at halda. Men dystirnir, ið eru avtalaðir, eru hesir:

25. januar: B36-KÍ1. februar: Venjarakap-

ping í Havn8. februar: KÍ-NSÍ15. februar: B68-KÍ16. februar: NSÍ-KÍ22. februar: Skála-KÍ25. februar: KÍ-Skála1. mars: Klaksvíkskap-

pingin (dystur 1)2. mars: Klaksvíkskap-

pingin (dystur 2)8. mars: KÍ-B68

10 VENJINGAR-DYSTIR Á SKRÁNNI

PAULI HELDUR FRAM SUM HJÁLPARVENJARI

84 Á R A G A M A L RINDAÐ 33.000 K R. TIL NORÐOYATUNNILIN

Page 6: Nordlysid nr 01 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 1 FRÍGGJADAGIN 10. JANUAR 20146

Hóast Anfinn Kallsberg, fyrrve-randi løgmaður, sum átti uppruna uppskotið til ló-gina um Norðo-yatunnilin, er vísir í at tað ongantíð var ætlanin at rinda innskots-peningin hjá landsskassanum aftur, er núsitandi løgmaður tvíde-ildur. Eisini í spur-ninginum um almenna veðhal-dið í Skálafjarða-tunnlinum er Kaj Leo Holm Jóhan-nesen tvídeildur.

Verður tunnilin latin lan-dinum sum upprunliga var ætlað, nevniliga tá lán eru afturgoldin hevur yvirt-økan onga ávirkan á lands-kassan uttan tær sum eru nevndar í lógini, nevniliga at landskassin fær útreiðslur av rakstrinum eins og van-ligt er við øðrum farleiðum.

Men skulu brúkarar framhaldandi rinda bum-mgjald eftir at lánini eru goldin - til upprunaliga játtanin frá landinum eisi-ni er afturgoldin – er talan um eina tvangs-gávu til landskassan, sum tá ke-mur at hava eitt virði uppá meira enn hálva milliard. Samlaða ognin í P/F Vá-gatunnlinum er góðar 200 mió. kr. og samlaða ognin í P/F Norðoyatunnlinum er góðar 300 mió. kr..

Men hóast fyrrveran-di løgmaður sum eigur uppskotið til lóg um fast samband um Leirvíksfjørð, og sum hevur skriva við-merkingarnar til lógina, er púra vísur í at tað ongantíð var ætlanin at brúkaragjal-di skuldi brúkast til annað

enn at rinda niður lán, so hevur verandi løgmaður skift meining.

Gleðir seg til tað verður ókeypis at koyra í Norðo-ya- og VágatunnlinumTann 06.08.2013 - 09:21 si-gur Føroya Løgmaður hetta í samrøðu við Norðlýsið:

Í morgun skal løgtingið viðgera ikki færri enn trý uppskot um ein nýggjan Skálafjarðartunnil. Sam-tykkir løgtingið at tað al-menna skal byggja tunnil-in so kemur hetta at binda landskassan fyri tvær til tríggjar milliardir krónur tey næstu árini, men sam-bært løgmanni er hetta ikki ein møguleiki.

- Fyri okkum í sam-gonguni er bara eitt uppskot og tað uppskot sum er gjørt sambært løgtingslóg har loyvt verður privatum felag at byggja og reka tunnilin til íløgan er afturgoldin.

- Hendan loysnin sum landsstýrismaðurin í Inn-lendismálum hevur arbeitt við bindir ikki landskassan

fyri eina krónu og tá hetta uppskotið er samtykt fara vit at byrja avsetingar til ein nýggjan Sandoyartun-nil sum breið semja er um í løgtinginum.

- Eg skilji ikki hví áví-sir politikarar nú mæla til almennar tunnilsætlanir fíggjaðar við bummgjøl-dum úr Norðoya- og Vága-tunnlinum. Tá Norðoya- og Vágatunnilin hava rinda lánsgjøldini aftur verða partafeløgini avtikin og handaði landinum eins og tað alla tíðina hevur ve-rið ætlanin, og eg má siga sum er at eg gleði meg til tað verður ókeypis at koyra gjøgnum Norðoya- og Vá-gatunnilin.

- At binda landskassan til milliarda íløgur í Skál-afjarðartunnilin hevur on-gantíð verið ætlanin hjá hesi ella undanfarnu sam-gongu og kemur sjálvsagt ikki uppá tal, sigur Kaj Leo Jóhannensen, løgmaður.

Løgmaður svarar Poul Michelsen um Vágatun-

nilin og NorðoyatunnilinFyrispurningurin er sol-jóðandi:

Eru løgtingslógirnar um fast samband um Vestman-nasund og um Leirvíks-fjørð avtiknar?

Um ikki – er so ætlanin at avtaka lógirnar í næstum?

Um lógirnar framhaldan-di skulu virka – hvat er so ætlanin at brúka partape-ningin upp á tilsamans kr. 395 mió. til?

Er hesin peningur partur av samlaða tunnilspakka-num hjá samgonguni?

Svar:Til 1: Hvørgin av nevndu løgtingslógum eru avtiknar og eru tí í gildi.

Til 2: Samgongan hevur, sum er, ikki ætlanir um at avtaka lógirnar í næstum. Ei heldur er ætlanin at broyta tær, og eftir lógini skal úveganarkostnaðurin gjaldast aftur bæði tann parturin, sum er fíggjaður við eginpeningi og tann parturin, sum er fíggjaður við láni.

Til 3: Sum er, verður partapeningurin nýttur til lutvísa fígging av ílø-guútreiðslunum av Vága-tunlinum og Norðoyatunli-num. Tá peningurin soleiðis er bundin í partabrøv, kann hann ikki brúkast til on-nur endamál, uttan at hann fyrst verður loystur. Landið kann loysa peningin við at avhenda partabrøvini. Til tess krevst lógarbroyting, men sum víst á í svarinum til 2. spurning, eru ongar slíkar ætlanir.

Tunnilsfeløgini kunnu eisini rinda landskassanum vinningsbýti/útluting, inn-til upphæddin av innskotna partapeninginum er rokkin, sí svarið til spurning 2.

Til 4: Um tað við “sam-laða tunnilspakkan” verður hugsað um uppskotið hjá landsstýrismann in um í innlendismálum um broy-ting í løgtingslóg um ein-karætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tan-gafjørð og um arbeiðið, sum er í gongd við at finna

loysn fyri føstum sambandi til suðurøkið, er svarið nei. Víst verður eisini til svarini uppá 2. og 3. spurning.

Tinganes, 16. august 2013Kaj Leo Holm Johanne-

sen, løgmaður

Løgmaður: Landskassin fer ikki at veðhalda fyri SkálafjarðatunnilinEg vónið ikki at tað verður í okkara tíð at landið aftur ferð at veðhalda fyri stórar verkætlanir, tí hetta kendu vit sviðan av í kreppuni fyrst í 90-unum.

Tann 11.07.2013 - 12:43 sigur løgmaður soleiðis í samrøðu við norðlýsið:

Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum at Skálafjarðar-tunnilin skuldi byggjast av privatum tí vit hava longu í dag vegasamband sum er ein almenn farleið.

Vit hava skyldu mótve-gis sunnara parti av landi-num at syrgja fyri at arbeitt verður fram ímóti at binda hendan partin av landinum tættari saman við miðøkið. Tí er næsta stigið at tað almenna ferð í holt við at byggja Sandoyartunnilin, men hendan ætlanin verður av ongum um landskassin skal fíggja eina nýggja far-leið afturat til norðurøkið har sum vit longu hava eina almenna farleið framanun-dan.

Landsstýrið hevur og kann bert arbeiða eftir ló-garsamtykt og løgtingið hevur samtykt at loyva pri-vatum at byggja ein tunnil inn á Skálafjørðin og tað er púra greitt at landskassin skal ikki veðhalda fyri hesi privatu verkætlan.

At koma nú og krevja at landið skal fremja lántøkur fyri hundratals milliónir til byggja eina farleið aft-urat millum Skálafjørðin og Havnina er fullkomiliga burtur við, sigur Kaj Leo Holm Jóhannesen

Í dag arbeiður samgon-gan við einari almennari loysn har landskassin skal veðhalda.

L ØGMAÐUR T VÍDEILDUR Í TUNNILSMÁLUNUM

Page 7: Nordlysid nr 01 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 1 FRÍGGJADAGIN 10. JANUAR 2014 7

Tað var púra greitt frá byrjan av at bummgjaldið bert var æt-lað til at fíggja sjálva íløguna í Norðoyatun-nilin. Tað sigur táverandi løg-maður, Anfinn Kallsberg, sum vísir beinleiðis til viðmerkingar-nar í sjálvari verklagslógini.

Í Norðlýsinum nr 9 hósdagin 8. Mars 2012 hevur fyrrverandi løg-maður Anfinn Kallsberg, viðmerking til eina mor-gunsending í Kringvar-pinum har teir tríggir Kári P. Højgaard, Bjar-ni Djurholm og Páll á Reynatúgvu vóru samdir um at Norðoyingar eingi lyfti hava fingið um at tunnilsgjaldið nakrantíð skuldi avtakast.

Enntá ”neutrali” útvarpsmaðurin segði at hann hevði lisið øll skjøl í málinum og hann dug-di heldur ikki at síggja nakað um at tunnilsgjal-dið skuldi avtakst. Hetta er beinleiðis skeivt si-gur táverandi løgmaður Anfinn Kallsberg - sum legði verklagslógina fyri løgtingið.

- Fyri tað fyrsta eigur at verða lagt til merkis, at tað var eg sum løgmaður ið legði hesa verkætlan fyri tingið og tann sum lesur viðmerkingarnar til sjálvt lógaruppskotið sær, at frá byrjan var æt-lanin bert at bummgjál-dið skuldi gjalda sjálva íløguna.

Tá íløgan varð niður-goldin skuldi partafela-gið avtakast og landskas-

sin yvirtaka raksturin avtunnlinum. Hetta er

púra greitt í sjálvum við-merkingunum til lógar-tekstin, og tí er tað sera harmiligt roynt verður at grugga málið.

Í hesum liggur at le-ikluturin hjá tunnils-feløgunum er at gjalda íløgurnar aftur og eftir-fylgjandi verða feløgini avtikini. Tá verða tunn-larnir eins og allir aðrir

tunnlar í landinum ogn og ábyrgd hjá landskas-sanum.

Einki landskassaveðhald kemur upp á tal, og leiklutur landskassans í fíggingini av tunlinum er úti við játtanini av teimum samlaðu kr. 225 mió í partapeningi.

Skuldi tað hent, at felagið ikki er ført fyri at svara sínar skyldur mótvegis lángevarunum, sum hava veð í føstu ognunum, kunnu hesar lýsast til tvingsilssølu av veðhava-runum. Slík støða kann eisini hava við sær, at ein veðhavari steingir tunnilin.

Leiðsla felagsins hevur upplýst, at teir í løtuni arbeiða við einari íløguætlan upp á kr. 330 mió fyri samlaðu verkætlanina, gjørd upp í 2003-prísum uttan fíggjarkostnað, byggirentu og MVG.

Partur av hesari upphædd skal tó fíggjast við bummpengainntøkum, so landskassans

partur verður tilsamans kr. 225 mió, harav kr. 30 mió eru játtaðar í 2001. Írestandi kr. 195 mió verða sambært hesari anleggslóg játtaðar við kr. 32,5 mió árliga í seks fyl-gjandi fíggjarár, 2003-2008.

(jwj: Her verður beinleiðis sagt at bert ein partur av útveganar-kostnaðinum skal rindast við bum-mgjaldið – restin er innskot frá Landskassanum!)

Sum greitt er frá omanfyri, er landskassans partur av fíggingini avmarkaður til hesa upphædd.

Afturat upphæddini upp á kr. 225 mió skal tó leggjast kost-naðurin av avleiddari vegagerð við Leirvíkar bygd, ið Landsverk-frøðingsstovnurin hevur ábyrgd av, og sum verður partur av landsve-ganetinum.

Felagið ber allan rakstrarkost-nað av tunlinum, til hesin verður avhendaður landinum til ognar.

Tá yvirtekur landskassin raks-trarútreiðslurnar av tunlinum, sum leysliga verða mettar til kr. 5- 6 mió árliga. Verður landið sjálv-tryggjandi , kann uml. kr. 1-1ó mió sparast árliga í útreiðslum til ábyr-gdartrygging fyri tunnilin. Hin-vegin má tá roknast við, at stórar útreiðslur fara at verða við ávísum millumbilum, so miðal árliga spa-ringin verður við tíðini helst mun-andi minni.

(jwj: Her er púra greitt at tá landið yvirtekur tunnilin kemur landskassin at hava útreiðslur av dagliga rakstrinum umframt størri íløgum sum eitt nú asvaltering)

Her verður staðfest, at tað al-menna fær ognarrættin til samlaða anleggið, tá íløgan er fult útgoldin.

Ætlanin er, at nýtslugjøldini skuldu fíggja bæði afturgjaldingi-na av lánunum til byggingina og raksturin av vegunum og tunli-num.

Brot úr viðmerkingunum til lógina um Norðoyatunnilin

GREIT T FR Á BYRJAN AT L ANDSK ASSIN Y V IRTEKUR R AKSTURIN

Page 8: Nordlysid nr 01 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 1 FRÍGGJADAGIN 10. JANUAR 20148

Page 9: Nordlysid nr 01 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 1 FRÍGGJADAGIN 10. JANUAR 2014 9

Page 10: Nordlysid nr 01 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 1 FRÍGGJADAGIN 10. JANUAR 201410

JanuarMønustingarin lógarkrav-dur. Upp undir jólini ring-di ein kvinna úr Suðuroy til Norðlýsið og fregnaðist um, hvar hon kundi keypa ein sokallaðan mønustinga-ra til mann sín í jólagávu, maðurin var ábyrgdar-maður tá grind var har á staðnum, vit vóru henni svar skyldugir, men gjørdu eina roynd at kanna het-ta. Tað vísti seg nevniliga, at hóast øll vóru samd um at nýggi mønustingarin var einasta rætta vápnið at avlíva grindahval við, so kundi hann ikki fáast na-krastaðni av teirri orsøk, at málið um reglugerð og góðkenning, hevur verið súltað í fiskimálaráðnum. Eftir at Norðlýsið fekk fa-tur á Jákup Vestergaard, lovaði hesin, at hetta málið skuldi vera greitt til várs og at reglugerðin um møn-ustingaran skuldi vera lýst tíðliga í vár.

Ríkmaður bjargað HB og B36. Poul Hansen he-vur lænt HB 2,5 milliónir krónur fyri einum ári síða-ni og í heyst lanti hann so B36 1,5 millión. Sostatt hevur hann bjargað teimum luttøku í Effodeildini í 2012 og 2013.

Jógvan við Keldu og Hans Andrias Sølvará eru í byrjanini av árinum í blaðorrustu um Klaksvíks-bókina hjá Hans Andriasi.

Grindin, ið merkt varð við sendarum í Vági 2. Oktober, hevur nú sent í 100 dagar. Jógvan Joensen, ”Jogvan Post” hevur 40 ára starvsdag á Postverkinum.

Klaksvíkingur verður við í ár, tað verður helst ein út-skifting har vit skulu hava 4 nýggjar mans umborð, men tað verður neyvan nakar trupulleiki, sigur Ja-nus Dam-Jacobsen. Nýtt skýlið áðrenn 2015, tað si-gur borgarstjórin Jógvan Skorheim. Í Spaniastovu í Klaksvík, heiðrar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, Tóroddi Poulsen. Rasmus Hansen úr Leirvík, setir lastvogn sín á koyribreytina fram við hú-sum sínum, sum barikadu fyri ogn sína, tí landsverk hevur ikki avroknað fyri

ognartøkuna.Gott at kommunan yvir-

tekur hallirnar, tað sigur Jógvan Andrias Joensen í viðtalu við Jákup Ósá, Jógvan Andrias heldur, at nú er upplagt at byggja tær saman og fáa enn størri gleði av hallunum. Gunle-if Berjastein er settur sum nýggjur leiðari í timbur-handlinum 2x3 á Kambs-dali. Norðlýsið og Knassar hava gjørt avtalu um nýggja heimasíðu. Fløskupostur, sum Daniel Eysturdal sendi á Sjómannadegnum í 2008 er nú funnin í Hetlandi.

Arbeiðið við nýggja røk-tarheiminum hevur gingið fyrimyndarliga væl, si-gur Svend Sivertsen frá Fuglark. Svein Rógvi Ljós-

stein sigur, at nógv virk-semi hevur verið á gamla vaskarínum við Nýggjaveg, her luttaka fólk í øllum aldri í venjingunum hjá nýggju venjingarmiðstøði-ni Full Power Føroyar. Í samband við at býráðið he-vur yvirtikið ítróttarhallir-nar sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri at ongar íløgur verða gjørdar í KÍ-hølli-na nú, men ætlanir eru um at fáa íløgurnar inn í eina langtíðar fíggjarætlan. Si-mona Petersen hevur boðað leiðsluni í Stjørnuni frá, at hon fyribils gevst sum stjørnuleikari og fer at leika við Kyndli.

FebruarMaria Jørðdal verður inn-sett sum prestur á Viðare-iði. Torkil Mørkøre settur sum leiðari á KÍ høllini og Badmintonhøllini, um-framt at hann framhaldan-di skal røkja stjórastarvið á Svimjihøllini. Norðlýsið almannakunngerð nýggjan portalin, ið nú er gjørdur í samstarvi við Knassar. Nýtt framleiðsluskip fyri Chri-stian í Grótinum. Eyðun Rasmussen stjóri í samtaki-num Christian í Grótinum váttar, at teir hava keypt norska framleiðsluskipið Kvannøy. Kunngjørt verður at Kim Larsen kemur á Summarfestivalin í ár. Dra-gin hevur 10 ár á baki sum skúlaskip. Gunvá við Keldu byrjar 1. Februar, sum stjóri á Estra Prent.

Skráin fyri Torradagar-nar 19.-23. Februar verður kunngjørd. Úr skránni: Fiskivinnupolitiskur top-pfundur har formenninir í øllum politiskum flokkum fara at kjakast, orðstýrarar vera Óluva Zachariasen og Jón Brian Hvidtfeldt., Sið-søguligur túrur við Jógvan Ravnsfjall á Uppsølum. INUK, áhugaverdi grøn-lendski filmurin verður sýndur í Atlantis. Árni Dahl, leggur fram nýggju KÍ-bókina ”Bóltspøl mil-lum Klakk og Kjøl – KÍ 1955-1974”, Andras Sól-stein hevur fyrilestur um læknan Sophus Djurhuus, sum andaðist í 1906, 36 ára gamalur. Matiné í Chri-stianskirkjuni og annað mangt.

Looknorth, ið mennir og framleiðir ymiskt úr uppskúmaðum plasti og hørðum ella sproytustoyp-tum plasti, hevur nú gjørt

íløgu í nýtt framleiðslutól. Fyrsti ordrin til nýggju ma-skinuna er ein traysarahúsi til MP Teknik.

Nýbygningurin hjá Viða-reiðis Skúla tekur skap av álvara. Mikumorgunin varð Merkið vundið á stong og reisigildið byrjaði. Norðoya Sparikassi letur upp deild í Fuglafirði. Foreldrini hjá Emil Bjarnastein royna at fáa Emil heim. Niels Pau-li Danielsen hevur min-ningarorð um Tummas Ja-cobsen prest, sum andaðist 87 ára gamalur 1. S. Í føstu um kirkjutíð.

Fyrsti summargesturin vitjar í Svínoy – Miku-

morgunin varnaðust fólk í Svínoy, at ein fullvaksin roysningur lá og sólaði sær niðanfyri brimgarðin, hesin tykist at vera størri enn Ári, íð fyrstu ferð varð sæddur á Árnfjarðarvík. Klaksvíkskappingin hevur verið og ítróttarskrivarin hjá Norðlýsinum er sera væl nøgdur, 21 mál blivu sko-raði í teim fýra dystunum, tað var HB, sum gjørdist vinnarin (HB gjørdist eisi-ni føroyameistarar í ár).

Klaksvíkar kommuna he-vur játta 650.000 krónir til byggibúning av bústøðum til menningartarnað við Mylnutún.

ÁRIÐ IÐ FÓR úr Norðlýsinum 2013

Page 11: Nordlysid nr 01 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 1 FRÍGGJADAGIN 10. JANUAR 2014 11

MarsHjarnar Djurhuus, sum var nógv í Klaksvík undir læknastríðnum, kendi tað at vera rætt, at geva sítt íkast til tað, hann upplivdi undir læknastríðnum, eftir at hann hevur fylgt við í orðastríðnu seinastu tíðina, tí Hjarnar er ikki samdur í øllum, sum komið er fram. Fyrsta vígslan hjá Jógvan Skorheim, sum borgar-stjóra var í býráðshøllini fríggjadagin, tá vóru Maria við Neyst úr Klaksvík og Erik Nielsen úr Argentina vígd. Margreth Djurhuus er sett sum leiðari í Eik-Banka í Klaksvík.

Áðrenn stóra panel-fundin í KÍ-høllini tippar Norðlýsið at HB gerst før-oyameistarar í ár. Tekni-ski skúli hevur opið hús 9. Mars. Kvinnurnar fara eftir 14. FM heitinum – Vit hava eina góða blanding

av royndum leikarum og yngri leikarum, so vit fara heilt sikkurt eftir at vin-na aftur í ár, segði Bára S. Klakstein við Norðlýsið í mars. Her í mars eru nóg-var gitingar um fótbóltin komandi summar. Ímeðan Atli Danielsen fegnast um at vera aftur í KÍ, ivast Sig-fríður Clementsen um Atli passar til KÍ konseptið. Áhaldandi sjálvbjargni til tey eldru, tað er málið við venjingartilboðnum, sum Ven og Virka bjóðar fram til øll í Norðoyggjum, sum eru 60 ár og eldri. Sámal Petur Sólheygg ið er 86 ára gamalur, er komin út aftur at ganga eftir venjing í Ven ov Virka. Støðan hjá 19 ára gamla Dánial Bertholdsen, sum koyrdi út av vegnum við Saltnes er enn óbroytt. 120 fólk arbeiðisleys á Lan-dingarmiðstøð Føroya.

AprílÍ døgunum 9. Til 11. Apríl, verður skipað fyri Fish Fair í Klaksvík. Í samrøðu við Norðlýsið sigur Kristian Martin Rasmussen seg vera bjartskygdan um framtíði-na hjá felagnum handan nótabátarnar Norðborg og Christian í Grótinum. Men hann kundi ynskt sær en greiðari fiskivinnupolitikk – tá tosað verður um at hava fiskiloyvir sum varða í 5-10 ár, so ørkymlar tað ok-kum. Heimaflotin og virkir á landi passa als ikki til tað tilfeingið, sum vit nú hava at ráða yvir, sigur John Ra-jani, stjóri í BankNordik í samrøðu við Norðlýsið.

Klaksvíkar Svimjihøll hevur verið eitt trekkplás-tur hjá føroyingum at vitja, Svimjihøllin hevði 68.000 vitjanir í fjør og stóri par-turin kemur aðrastaðni frá – Nú allar tríggjar hallirnar eru undir einum hatti, eru óavmarkaðir møguleikar at gera Klaksvík til enn betri feriubý, sigur Torkil Mørkøre, leiðari á hal-lardeplinum í Klaksvík.. Landstýrisfundur í Gamla Seglhúsinum. Tryggingar-felag Føroyar vakrasti ba-sur á Fish Fair. Norðlýsið hittir tríggjar borgarstjórar á Fish Fair, teir eru Magni Garðalíð fyri Húsa kom-munu, Katrin Næs fyri Hvannasunds Kommunu og Helenu Sólheyg Mi-chaelsen fyri Kunoyar/Ha-raldssunds kommunu. Hjal-tur Poulsen, skipari á Ågot heldur, at hóast truplar tíðir, so sær hann ljóst uppá framtíðina hjá fiskivinnuf-lotanum. Fish Fair undir-skrivar nýggjan sáttmála við Klaksvíkar Kommunu um 2015.

MaiNorðlýsið vitjar tekniska savnið hjá Poul Havn. Po-larstjørnan fer á fiskiskap við nýggju monofilament-línuni (sponglínuni). John Kári Jacobsen, ið hevur ve-rið útróðrarformaður síðani 1985, gevst nú við útróðri-num og fer sum skipari

við Polarstjørnuni. Líggjas í Bø gevur út bókina um Óla Jákup millum garðar-nar. Larmandi politisk líkasæla við Klaksvíkar Sjúkrahús skrivar Norðlý-sið – Seinastu 12 árini er landsjúkrahúsið útbygt fyri góðar 700 mió. kr ímeðan einans 12 mió. eru brúktar á Klaksvíkar sjúkrahúsi í sama tíðarskeiði til ymsar umvælingar.

”Trætaður til lygn” Hóast blaðstjórin á Norðlýsinum ikki tosaði í telefon ímeðan hann koyrdi bil, blásti poli-tiið á allar grundgevingar, helt uppá sítt uttan at lurta

eftir nøkrum sum helst – tí sitið eg á ákærubeinkinum, forsyndaður um viðferði-na, sigur Oliver Joensen, blaðstjóri. Áhugin fyri Nort Atlantic Fish Fair í 2015 er stórur, staðfestir Áki í skemmuni, stjóri fyri NAFF eftir vitjan á fiskarí-messunum í Aberdeen og Bruxell, samstundis up-plýsir hann, at 5000 fólk vitjaðu NAFF 2013.

Ongantíð áður hava ein núverandi og ein fyrrveran-di fól-ka-

tingsmaður staði á palli saman á Norðoyastevnu, men tað hendir nú, tá Sjúrður Skaale og Jacob Hougaard teljast millum stuttligu leikararnar í hal-larkabarettini. Jóannes Heinesen greiður frá, hvus-su hann gekk av Skálatoft-um og heim á Strond við blóðtøppi í hjartanum. Ef-tir stórar umbyggingar, fer nýggi Christian í Grótinum á sín fyrsta fiskitúr undir nýggju eigarunum.

úr Norðlýsinum 2013

Page 12: Nordlysid nr 01 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 1 FRÍGGJADAGIN 10. JANUAR 201412

JuniSuðuroyingurin vann 10 mf. róðurin á Norðoya-stevnu . ”Vit vaknaðu við kaldan dreym”, segði Mag-nus Norðberg við Norðlý-sið eftir róðurin. Hann staðfestir at Klaksvíkingur føldi seg ov tryggan áðrenn Norðoyastevnuróðurin, har hann møtti tveimum væl vandum og væl fyri-reikaðum bátum. Mána-morgunin 3. Juni, kundi Norðoyatunnilin skráseta akfar nr. 5.000.000, sum hevur gjørt nýtslu av tun-linum. Tað var Karolina Hansen, ið fekk ein 40 túra kubba sum aminning fyri at vera brúkari nr. 5 mió. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, setir spakan í og setir harvið gongd á ver-kætlanina við Mylnutún, at byggja vardar íbúðir til fólk við menningartarni. Eftir at Páll Guðlaugsson er settur frá sum venjari hjá besta liðnum hjá KÍ, hevur

Norðlýsið hugt at fótbólts-liga søguni hjá nýggja KÍ venjaranum, Eyðun Klak-stein. Báta og campingtr-eff á Eystanstevnu 2013. Ferðavinnan hevur ikki givið nógv til Viðareiðis, í viðtalu sigur Essa Peter-sen, sum í eitt langt áramál koyrdi buss og ti eisini ferðafólk, at ferðafólki-ni komu til Viðareiðis við bussu, pissaðu á Hotel Norð og fóru so avstað aftur.

Orrustan hjá blaðstjóra-num við politiið, tá blaðstjórin av órøttum var skuldsettur fyri at tosa í te-lefon ímeðan hann koyrdi bil, er aftur uppi og vendir í blaðnum í juni. Nógv virk-semi er á Kósini fyri tíðina, sigur Fríðin Ziskason, le-iðari á virkinum, men sam-stundis sigur hann, at tað er sera ringt at fáa lønse-mi í. Klaksvíkar Dartfelag verður endurstovnað.

JuliSo leingi, sum vit veita eina góða tænastu, er brúk fyri Klaksvíkar Sjúkrahú-si, tað sigur Jákup Peter-sen yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Klaksvíkar Sjúkrahús eigur eitt sjálv-sagt og sjálvstøðugt pláss í Heilsuverkinum, sigur Jóg-van Skorheim borgarstjóri. Ætlanina hjá Bakkafrost um at flyta virksemið á Kryjing til Runavíkar, elvir til mótmæli úr Klaksvík. Royndi yvirlæknin Jóhan Poulsen sigur, at Klaks-víkar sjúkrahús á sum-mum økjum er sera væl fyri, meðan sjúkrahúsið á øðrum økjum krevur ábø-tur og eina politiska ætlan.

Skorið hár á Viðareiði í tjúgu ár. Jacoba V. Staksá av Viðareiði hevur í tjúgu ár verið frisørur á Viða-reiði, fimta juli í 1993 klipti hon fyrsta høvdið. Í juli kunngerð Sjómanna-dagurin skránna fyri Sjó-mannadagarnar frá 12. til 18. August. Útróðrarbátar-nir við Íslandsloyvi hava fingið minni burturúr í ár enn árini frammanundan.. Partur av flotanum fekk lítið og einki burturúr sild-afiskiskapinum 2012. Fyri fyrstu ferð fer Sjómanna-dagurin at seta ljós á smak-kin á fiskinum, ið kemur upp á land í Norðoyggjum. Royndir menn sigla trolara til Grønlands,

Hanus Lassen 73 ár, Sá-mal Jákup Hansen, 76 ár og Øssur Nielsen, 79 ár, sigldu lítla Prime Qaqor-tok trolaran til Grønlands. Norðborg og Næraberg fingu besta prísin fyri ma-krel í 2012.

AugustFyrst í august, kunnger Føroya sjómannadagur skránna fyri dagarnar og skráin er fjølbroytt. Sigmar Bláberg gevur út fyrstu bók sína um Stállínuskipini. Depilin í Skálavík hevur víðkað um møguleikarnar hjá familjum og ferðafólki at vitja, tey hava tvífaldað

talið á kømrum. Kvinnan á brúnni – Malena Sivertssen úr Norðdepli hevur í fleiri ár starvast sum stýrimaður og ofta einsamøll kvinnau-mborð á ymiskum skipum, í løtuni starvast hon í olju-vinnuni, sum stýrimaður umborð á North Sea Giant. Karl Jákob Ósá Eliasen er ein av teimum, sum royndi lívið á Flemish Kap fyrst í 1990,unum. Túrarnir vardu í upp til 5 mánaðir, har teir egndu við hond í vaktum upp á 12 tímar. Hósadagin 15. August fingu Emil og foreldur hansara at vita, at Emil skuldi heim til Før-oya at búgva í Dáanum. Familjan kennir, at tey eru rend heim, tí viðferðin og tilgongdin frá føroyska Almannaverkinum hevur verið ótolandi og sárandi. Haldor Johansen úr Hvan-nasundi vinnur egnikap-

pingina. Linda Syderbø vann í ripping. Theodor Fonn stáplaði flestar kassar. Andreas Danielsen vann kappingina um at kasta fanglínu. Haldur Johan-sen helt dregginum longst. Karl Johansen og dótturin Durita vunnu kappingina at vinda hespu. Kári Vita-les vann kappingina í trol-bøting. Jørgen Ragnarsson vann agnskeringina. Rann-vá Knudsen vann køkukap-pingina. Manningin á Olgu Mariu vann kappingina í togtoging. Arnold David-sen vann kappingina um Sjómanstak, Petur jacob Langgard gjørdist besti skipskokkur.

Minnisvarðin á Skarði verður avdúkaður, tað er Páll Klettskarð, ið avdúkar

og dóttir hansara, Óluva Klettskarð heldur røðu og endar við orðunum”gævi hesin minnisvarði fer at bera minnini um tykkum, ið fórust og um bygdina, sum einaferð lá her og triv-naðist.”

Kanjon eigur lægs-ta boðið upp á at byggja vardar íbúðir í Klaksvík og í Runavík. Verkstaðurin á Brekku heldur sín 25 ára stovningardag 5. Septem-ber. Danski justitsminista-rin Morten Bødskov vitjar Gamla Seglhúsið. Nýggju húsini sum Jóannes Leivs-garð og Vima lata byggja við Nólsoyar Palls Gøtu og sum millum annað skal hýsa handlinum Vima er reistur.

Page 13: Nordlysid nr 01 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 1 FRÍGGJADAGIN 10. JANUAR 2014 13

SeptemberNú stendur á gomlum nøglum hjá KÍ, sigur ítrót-tarskivarin hjá Norðlýsi-num, eftir at KÍ tapir ímóti TB á heimavølli. Bústaðir almannakunngerð ætlanina um Biskupstorg í Klaks-vík, har 30 íbúðir skulu byggjast í Klaksvík. Arki-tekturin aftanfyri uppsko-tið um nýggjan miðbý í Klaksvík Ósbjørn Jacobsen hevur hug at minna okkum á, tað hugnaliga í at byggja tætt at hvør øðrum, sum gjørt var í gomlum døgum, hann hevur hug á fjálgum ínbúðartúnum. Stjórin á Norðlýsinum John Wil-liam Joensen kunngerð at afturat at www.nordlysid.fo hevur 60.000 vitjanir úr Føroyum um vikuna hevur heimasíðan 20.000 vitjanir úr Danmark. Í blaðnum 5. September hevur Alex Sólstein umsett grein úr týskum um kvinnuna sum hóttir Føroyar Mariu Da-manaki. Kári P. Højgaard er komin í mótvind sum landsstýrismaður orsakað

av Skálafjarðartunlinum, bíða verður eftir støðut-akan løgmans. Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer undir nýtt sjónleikaraár fyri bør-num, ungum og vaksnum. Drámaskúlin byrjar.

Allar fortreytir fyri góðum seyði í heyst, tað sigur Joen Jacob Heine-sen (Akki) á Viðareiði nú fjøllini standa fyri fram-man. Økisleiðarin í Hei-matænastuni Elsba Lutzen sigur, at tey vóna at kunna taka fyrstu búfólkini inn um hálvan november á nýg-gja røktarheimið. Klaks-víkar Kvøldskúli lýsir við spennandi skrá, ímillum onnur greiðir Atli simon-sen frá einum áhugaver-dum byrjunarskeiði í rus-siskum, sum hann hevur gingið á. Elmar Ósá settur sum yvirlækni á Lands-sjúkrahúsinum. Norski fi-skimálaráðharrin Lisbeth Berg-Hansen setir nú tiltøk í verk fyri at hjálpa norska línuflotanum. Norska stjór-nin skal brúka minst 85 milliónir norskar krónur til at hjálpa toskavinnuni.

Dimma í andaleypi,

kunngjørt er, at aldargam-la Dimmalætting kemur ikki útaftur. Maria Olsen, forkvinna í Eldraráðnum sigur, at eldraráðið í Klaks-vík ætlar sær at geras sjón-ligari í samfelagnum. Dan-ski bólkurin ”Kloster fer at framføra sálmar í moder-naðum hami í viðareiðis Kirkju. Klagað verður um hundalortar á gongubrey-tum og á teigalendum í Klaksvík. Levi Joensen verður 80 ár, og Alma Pe-tersen, Klaksvík verður 80 ár.

Dia Jacobsen úr Leynum sigur við Norðlýsið, at het-ta er ringasta laksaárið við Leynarvatn og Saksunar-vatn, sum hann veit um. Laksateljarin við Leynará hevur ikki talt meira enn 287 laksar at vera komnar niðan. Dia Jacobsen sigur, at eitt nú í 2000 blivu 530 laksar fiskaðir á Leynar-vatni. Tekniski Skúlin í Klaksvík byggjast út fyri 36 mió. Kr. Og Handils- og Studentaskúlin á Kambs-dali um- og útbyggjast fyri 28 mió. Kr.

OktoberVíkingatoftirnar í Leirvík fáa eitt skot fyri bógvin fyri at vera manglandi røkis-kap. Smærru sjúkrahúsini umboða einans 10% av samlaðu útereiðslunum hjá heilsuverkinum. Klaks-víkar Sjónleikafelag fram-førir leikin Kópakonan í Spaniastovu. Úr Fugloy sigur Símun Gullaksen at skurðurin higartil hevur hildnast væl. Úr Mykinesi sigur Eddie Lauritsen at seyðaárið í fjør var betur. Sílafiskarar við Vatndal-svatn í Oyndafirði. Eitt tað besta seyðaárið eg veit um, sigur Akki (Jóan Jak-ku Heinesen) av Viðareiði, hóast veit hava fingið færri lomb enn seinasta ár, so eru tey sum eftir eru, sera væl fyri. KÍ kvinnurnar gerast føroyameistarar 14. Árið á rað. Andras Sólstein skrivar um Karas-Jákup á Viðare-iði, sum dettur oman í 1889. Íslandskvotan er uppi fyri í ár hjá stóru útróðrarbátu-num – Hóast lakari fiskis-kap, fingu vit fiska kvotuna upp, sigur Eyðólvur Vang, skipari á Kallanes.

Atlantic Fair endurnýg-gjar samstarvsavtaluna við Norðlýsið og Grafis fyri 3. ferð, talan er um framsý-ningina í 2015. Veiðumenn seta spurnartekin við yvir-litstrolingarnar hjá Mag-nusi Heinasyni. Klakkur á Klaksvík við fullari last – hetta er níggjunda ferðin upp í slag teir hava fiskað skipið fult. Fiskaklettur á havtaskuveiðu.Vápnalógin má herðast sigur landstýris-

maðurin Kári P. Højgaard – harumenninir Petur Andre-asen, yngri og Pauli Nybo halda lítið um uppskotið hjá landsstýrismanninum.

Page 14: Nordlysid nr 01 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 1 FRÍGGJADAGIN 10. JANUAR 201414

NovemberOtto Joensen verður 85 ár. Lærarin, granskarin og høvundurin Tummas Len-vig 90 ár – Pól á Kletti skri-var nøkur orð um Tummas Lenvig. Hans Jacob Andre-asen (hjá skopininginum) 80 ár. Ósáin skal vera rein í 2016, tað sigur Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvisnevnd Klaks-víkar Býráðs. Fara ikki at góðtaka um Skálafjarðar-tunnilin fær trygd í Norðo-ya- og Vágatunnlinum. Andras Sólstein: Steffan Johansen í Kunoy tikin av einum óløgi, tann 25. nov. 1889. Um 20 ár doyr eingin av krabbameini halda dans-kir læknar. Sølurásin 2013 verður í høllini á Skála. Kvartettin í Betesda hevur

útgávukonsert í Badmin-tonhøllini. Leygardagin 9. November er móttøka í Heiminum við Vágna í samband við at heimið nú er klárt at taka í nýtslu. Páll Klettskar og Maria Thom-sen kosin sum ársins leika-rar á ársveitsluni hjá KÍ.

Tað er ikki uttan svørðslag at komið er her-til, tað segði Elsebeth Mer-cedis Gunnleigsdóttur, fyr-rverandi forkvinna í sosialu Nevnd Býráðsins, ið fekk heiðurin at halda røðu í samband við at Røktarhei-mið Við Vágna varð tikið í nýtslu. Elsebeth er heilt víst politikarin, ið hevur verið størsta eldsálin fyri nýggja røktarheiminum. Ikki sørt at tú sast gleðistár, tá Elly og Eivind Niclasen, sum tey fyrstu, flutu inn á Røk-tarheimið við Vágna mána-

dagin, sum fyrstu búfólkini nakrantíð á nýggja heimi-num. Nýggi bygningurin í Viðareiðis skúla tikin í nýtslu.

Nógv og stór epli tikin upp í Norðoyggjum í heyst, størsta eplið vit hava hoyrt um er eitt sum Ísak Peter-sen á Viðareiði tók upp, tá vá 865 gr. Á Gamla Seglhú-sinum er Landbúnaðarske-ið. Magni Garðalíð kokkur og borgarstjóri á Húsum matgerð í køki sínu av Hú-sum og heilt til Havnar. Ung í starvsvenjing, Elsa Stein-berg Joensen er í starvs-venjing á Norðlýsinum. Tjóðveldi stóri vinnarin á nýggjari veljarakanning.

DesemberPetur Jacob Sigvardsen he-vur fyrilestur á Klaksvíkar Bókasavni við heitinum ”Hvat hendir bygdunum og Føroyum – og hví”. ”Sig-landi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð ef-tir Óla Olsen, Pól á Kletti ummælir. Útróðrarmenn boða frá vánaligum fiski-skapi í bestu fiskitíð. And-støðan fer at atkvøða ímóti tilfeingisgjaldinum hjá Samgonguni, sigur Aksel Johannesen. Fyrrverandi formaðurin í Starvsman-nafelagnum vil hava lættari attgongd til fiskatilgeingið. – Nú er stundin komin til at øll almenn størv verða boðin út á hørjum ári, sigur Jan Højgaard, formaður Fiskimannafelagsins. Mítt størsta ynski er at fáa egna íbúð sigur Emil Bjarnaskor. Fólkatalið í Klaksvík vak-sið við 2% síðan 2010.

Listahandverkarin í Norðragøtu, Bernhard Hammer er 44 ára gamalur, varð føddur í Klaksvík traðkaði sínar barnaskóg-var á Eiði og býr í Leirvík. Teir bygdu hetta land, Hans Jakku Fuglø sigur frá einum túri við ”Bón-danum” í 1952. Fólk eru tilvitað um virðinum í at brúka klæði og brúksting so leingi góðskan er í lagi, sigur 54 ára gamla >mar-greth Dalsenni, ið rekur Dals Vøruhús í Klaksvík og samstundis www.dals.fo. Seinast, men ikki minst, fingu vit nógvar glaðar Su-dokuvinnarar í Norðlýsi-num, jólaskipið og Ársins Rósu, sum í ár bleiv Marjun Kalsø.

Page 15: Nordlysid nr 01 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 1 FRÍGGJADAGIN 10. JANUAR 2014 15

Myndin sýnir Waagstein sum bleiv sprongdur burtur í 1920 unum og sum kenda eftirnavnið hevur sín uppruna í.

Jens Pauli Joensen, vanliga nevndur Boy,

greiður frá at steinurin lá í økinum sum í dag er undir norðara enda av nýggja røktarheiminum - Heimið við Vánna.

Kanska átti vegastrekki inn til nýggja røkt-

arheimið at borið navnið – Waagstein ella við Waagstein.

Er Waagstein farin í gloymskuna?

Jákup Ósá

Útgangsstøðið eru leikarar, ið spældu við feløgunum flestu dystirnar í seinnu hálvu í fjør.

Frágongd:AB: Símun Rógvi Hansen, Rói Danielsen, Ahmed Ke-ita og Rógvi Poulsen

B36: Súni Olsen, Evrard Blé og Gilli Sørensen

HB: Bárður Olsen og Hans Jørgensen

NSÍ: Pól Jóhannus Ju-stinussen, Andras Brixen Vágsheyg og Karl Løkin

ÍF: Jan Ellingsgaard, Heri Nesá, Høgni Madsen, Hanus Thorleifson og Øs-sur Dalbúð

KÍ: Jógvan Isaksen og

Kristoffur JakobsenEB/Streymur: Levi Hans-

sen og Pætur Dam JacobsenVíkingur: Jann Ingi Pe-

tersen og Hjartvard HansenB68: Oddur Á. Højgaard

og Niclas Joensen

Tilgongdin er minniTað eru ikki í eins stóran mun so nógvir nýggir leika-rar, ið feløgini hava fingið afturat sínum hópum. Men fleiri leikarar venja við nýggjum feløgum uttan at sáttmáli endaliga er kunn-gjørdur. Har kunnu nevnast Jógvan Isaksen(AB), Eli F. Nielsen (B36) og magnus Egilsson (AB). Hetta er tað, ið higartil er váttað alment:

AB: Hans Jørgensen, Bárður Olsen og Andras

Brixen VágsheygVíkingur: Súni Olsen og

Andreas Lava Olsen(frá 1.juli)

EB/Streymur: Pól Jóhan-nus Justinussen og Jónas Tór Næs

KÍ: Ndende og Jonas Flindt Rasmussen

ÍF: Karl Løkin og Kri-stoffur Jakobsen

HB: Levi HanssenB68: Evrard Blé og Jann

Ingi PetersenSkála: Andras Frederiks-

berg og Pætur Dam Jacob-sen

NSÍ: Andras GangoB36: Alex Mellemgaard

HET TA ERU FLY TINGARNAR HIGARTILVit hava samlað yvirlit yvir, hvørjir leikarar hava skift felag í Effodeildini í vetur.

Page 16: Nordlysid nr 01 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]