Upload
nordlysid
View
282
Download
0
Embed Size (px)
DESCRIPTION
Norðlýsið blað nr. 33 Fríggjadagin 10. okt. 2014
Citation preview
- lokala røddin sí ðani 1915 9772245065007
NR. 33 FRÍGGJADAGIN 10. OKTOBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00
BÚS TA ÐIR KOMI Ð VÆL Á LEI ÐIS V I Ð MI ÐBÝ Ð A R-Æ T L A NINI Í K L A KSV ÍK
L UDO: TA NN VÁ N A -LIG A S T I FILMURIN EG H AV I S Æ Ð
KÍ VARÐVEITTI 1.DEILDL E V I ER GÓ ÐURFR Á S AGN A RM A ÐUR
BYGGINGIN AV ÍBÚÐUM OG H A NDIL SH Ø LUMV ERÐUR STA RT SKOTIÐ TIL S A K N A ÐA MIÐBÝ IN
Ú T ISE T IN HESUF ERÐ ER JOHN J ACOBSEN
NORÐLÝSIÐ NR. 33 FRÍGGJADAGIN 10. OKTOBER 20142
L E I Ð A R I N Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 10. oktober hava Marianna og Evald Simonsen
gullbrúdleypsdag.
Dagurin verður hildin leygardagin 11. oktoberfrá kl. 12 til 18 í hølunum hjá sjúkrarøktarfrøðideildini
í Jónas Broncks gøtu 25 - Tórshavn.
11. oktobur giftastMaria Marcusardóttir í skorini frá Norðoyri
og Rúni Person Jacobsen úr Søldarfirði.
Vígslan verður í Nebo á Toftum kl.13.00,og veistlan verður hildin fyri innbodnum
í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00
Brúdleyp
GullbrúdleypFríggjadagin 10. oktober hava
Ívun og Helgi Lerviggullbrúdleypsdag.
Nú vit hava verið gift í 50 ár, er tað okkum ein gleði at bjóða familju,vinum og kenningum
at hátíðarhalda dagin saman við okkum.Veitslan verður í Dansifrøi í Tórshavn
leygardagin 18. oktobur kl. 17.00.
Tit, sum ynskja at verða við, verða biðin um at boðafrá hjá Ívun og Helga Lervig á tlf. 211117 ella 311117,
áðrenn 6 oktobur
Hósdagin 16. oktober fyllirOlivur Olsen , nevndur Livva 90 ár.
Hugnaløta verður á Sjómansheiminum frá kl. 17 -19.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
90 ára føðingardagur
Hetta kom fram á áhugaverda fundinum, sum TIGN skipaði fyri í farnu viku.
Tað var Ása Róin, adjunktur í sjúkrarøktar frøði, ið við síni kanning var komin til hetta úrslitið
Ása greiddi frá, at ein kanning ímillum kvinnur í 60 til 65 ára aldur, sum høvdu trupulleikar við at halda uppá vatnið, ikki søktu sær professionella hjálp, tí tær mettu trupulleikan at vera ein natúrlig fylgja av at eldast og vera kvinna.Hetta fekk hana at seta nýggjar spurningar: Hvus-su ávirkar negativu retorikkurin um eldri, tað ein-kulta menniskja og hvønn týdning hevur aldur fyri hvussu ein sær seg sjálvan. Fyri at svara spurningu-num vóru tvey bólkainterview og 15 interview við kvinnur og menn gjørd kring alt landið. Aldurin á luttakarunum var 68 til 91 ár.
Ása Róin greiddi frá nógvum áhugaverdum, sum hon hevði funnið fram til í hesum samanhangi-num, ímillum annað, at fólk kendu seg ikki at vera gamlan. Tað vóru bara beinini, hondin ella eitth-vørt annað sum ikki virkaði, sum tey gjarna vildu hava tað til, men innaní kendu fólkini seg at vera tey somu, sum tey altíð hava verið.
Hetta var eisini orsøk til, at komið var til tað niður-støðu, at umráðandi er, at tey eldru fólkini í okkara samfelag fáa tað tænastu sum tey hava fyri neyði-ni, í umhvørvinum har tey búgva.
Tað kom nevniliga fram, at fólk í Havn til dømis, ikki høvdu so ógvuliga nógv ímóti at flyta úr egnum húsum og á stovn. Tað fór nevniliga ikki at vera so stór broyting hjá teimum at flyta, tí tey fóru fram-haldandi at vera partur av samfelagnum har tey hoyrdu heima.
Truplari var hjá fólki á smáu bygdunum. Tey vildu sum heild ikki hoyra um at flyta úr egnum húsum og á stovn. Og orsøkin skuldi finnast í, segði Ása Róin, at skuldu hesi fólkini flyta á stovn, so skuldu tey flyta úr umhvørvinum tey høvdu búleikast í alt lívið og til aðra bygd, har tey í veruleikanum ongan kendu. Tí er umráðandi, at vit sum samfelag hugsa desentralt, tá vit byggja sambýlir og eldraíbúðir.
Fyrlestrarkvøldið var sera áhugavert og ein tru-pulleiki hjá Klaksvíkar Kommunu kom eisini fram hetta kvøldið.
Ført var fram, at nú hava vit í Klaksvík fingið bý-bussar, og sum heild eru fólk væl nøgd við skipani-na, í hvussu so er tey, sum kunnu brúka bussarnar. Men samstundis er ein trupulleiki í flutningsski-panini, tí tað, at býbussarnir eru ókeypis hjá fólki at brúka, eru óhjálpnu pensjónistarnir teir einastu, ið gjalda fyri busskoyring. Tað er nevniliga soleiðis at tey eldru í Klaksvík, ið brúka serflutningsskipa-nina, mugu gjalda fyri koyringina, við hesi skipa-nini, ímeðan vit onnur kunnu brúka býbussarnar ókeypis!!
Oliver
Tænasturnar til pensjonistar eiga at desentraliserast
NORÐLÝSIÐ NR. 33 FRÍGGJADAGIN 10. OKTOBER 2014 3
Bakka frost miðar ímóti at vera ein fyritøka í
heims flokki í laksavinnuni. Bakkafrost er einasta
fyritøkan í heiminum, sum hevur full fíggjaðu
virðisketuna – frá alifóðri til lidna matvøru - og
okkara mál er støðugt at optimera virðisketuna
og gagnnýta støðuna á marknaðinum. Í øllum
liðum í virðisketuni skulu vit fáa sum mest
burtur úr við stórrakstrar- og kappingarfyrimun-
um, til tess at skapa virðir til kundar, íleggjarar,
starvsfólk og til samfelagið, og at varðveita eina
kappingarføra støðu á marknaðinum. Fyri at
røkka hesum máli er skilagóð fíggjarstýring ein
týðandi partur.
Vit sóknast tí eftir einum persóni við eini sterkari
fíggjarleiðslu-vangamynd og breiðum handilslig-
um innliti. Sum fíggjarstjóri skalt tú tryggja, at
okkara fíggjarstýring stuðlar undir effektivitetin,
fleksibilitetin og rakstraroptimeringina.
Starvið
Starvið sum fíggjarstjóri er skipað á samtaks-
støði við staðseting á høvuðsskrivstovuni á
Glyvrum. Fíggjarstjórin er partur av samtaks-
leiðsluni og luttekur á nevndarfundum. Fíggjar-
stjórin hevur beinleiðis tilvísing til forstjóran.
Fíggjarstjórin hevur ábyrgd av fíggjarstýringini,
herundir
· at fíggjarliga stýring og rapportering í samtak-
inum er á einum høgum støði og í samsvari við
góða roknskaparliga siðvenju
· at fíggjarliga virksemi hjá samtakinum verður
leitt samsvarandi hesum reglum og annars í
samsvari við viðtøkur, reglur, lóggávu og virkis-
leiðreglar hjá samtakinum
· at avgreiða mánaðarroknskapir, ársfjórðings-
roknskapir, framløgur, ársroknskapir umframt
mánaðarligar rapporteringar til deildar leiðar-
ar, leiðslu og nevnd
· at tryggja neyva uppfylging av íløguætlan
felagsins
· at tryggja at fígging hjá samtakinum er á
einum altjóða kappingarførum støði
· samskifti við partabrævamarknaðin, og sam-
skifti við greinarar og íleggjarar
· annað, sum náttúrliga hoyrir til fíggjar leiðsl-
una
Fíggjarstjórin hevur dagliga leiðslu av fíggjar-
deildini við 8 starvsfólkum og KT-deildini við 2
starvsfólkum.
Tín vangamynd
· Útbúgving sum cand.merc.aud ella HD (R), ella
líknandi útbúgving
· Kunnleiki til konsernroknskap, IFRS reglur,
umframt føroyska og norska lóg um børs-
skrásett feløg
· Umfatandi royndir innan fíggjarumsiting,
fíggjar ætlan, v.m.
· Breiðar royndir við strategi, menning og
eksekvering
· Royndir frá fíggjarligum samskifti/samstarvi
við uttanhýsis áhugabólkar frá líknandi felag
Sum persónur hevur tú ein handilsligan hug burð,
ans fyri effektivum rakstri og tú dugir at hava
nógvar bóltar í luftini. Sum leiðari ert tú fram-
skygdur, trúverdur og dugir væl at motivera og
umgangast fólk. Tú hevur slagkraft, bæði tá tað
snýr seg um tína egnu deild og í samtak inum.
Eisini leggur tú stóran dent á gott sam skifti
innanhýsis og uttanhýsis.
Vit vænta, at tú hevur leiðsluroyndir frá eini størri
fyritøku, ella hevur starvast í eini størri fyritøku,
gjarna uttanlands.
Vit bjóða
Eitt áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í
støðugari menning. Talan er um starv við
stórum avbjóðingum, har lyklaorðini eru
broyt ingar, menning, uppfylging og effektivi-
sering. Vit kappast á altjóða marknaðum, har
áhaldandi menning og innovatión er lykilin til
at standa seg í kappingini um kundarnar og
kapitalin.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú
vælkomin til at seta teg í samband við Regin
Jacobsen, forstjóra, á tel 23 50 01.
Umsókn
Umsókn til starvið við CV, avriti av prógvum og
viðkomandi tilfari skal sendast við t-brævi til
[email protected] og merkjast ”Fíggjarstjóri”.
Umsóknarfreist
Starvið verður at seta sum skjótast.
Umsóknarfreistin er 24. oktober 2014.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com
BAKKAFROST SØKIR FÍGGJARSTJÓRA
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru framleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og hevur felagið sløk 640 fulltíðarstarvsfólk.
sansir.fo
NORÐLÝSIÐ NR. 33 FRÍGGJADAGIN 10. OKTOBER 20144
Minst tríggir leikarar takka væntandi fyri seg á besta liðnum hjá KÍ, tá hetta kapp-ingarárið er av.
Jákup Ósá
Tveir dystir eru eftir í Effo-deildini. KÍ liggur á 6. plás-si við 4 stigum upp til EB/Streym á 4. plássi. Tá kap-pingin nærkast endanum, so byrja søgurnar at ganga um, hvat fer at henda næ-sta kappingarár í hópinum. Og har sær út til, at ein ávís frágongd verður í KÍ.
Bárður gevst í KÍ24 ára gamli Bárður J. Hei-
nesen, sum hevur spælt við KÍ í seinnu hálvu, spælir væntandi ikki aftur næsta ár. Hann býr og gongur í skúla í Havn, og hetta er viðvirkandi til hetta.
- Sum tað sær út nú, so er væl hugsandi, at eg als ikki spæli á hægsta stigi næ-
sta ár. Eg ætli at enda væl hetta kappingarárið við KÍ. Eftir tað vænti eg ikki at halda fram á besta liðnum hjá KÍ. Og tað er óvist, um eg fari til nakað annað lið í Effodeildini, sigur Bárður J. Heinesen, sum í ár ser-liga gjørdi vart við seg, tá
hann skoraði einasta málið í Gundadali, tá B36 og KÍ spældu.
Heðin spælir neyvan36 ára gamli Heðin á Lak-juni byrjaði í ár at spæla, tá 4 umfør vóru farin av kap-pingarárinum. Hann var
ivasamur í fjør um at taka eitt ár afturat. Heðin hevur havt eitt gott kappingarár og er tann leikarin, sum hevur næst flest upplegg(5) hjá KÍ hetta kappingarárið. Samstundis er hann farin uppum 400 dystir í bestu deildini og er leikarin, av
teimum sum framvegis spæla – og helst nakrantíð, við næst flest dystum í før-oyskum fótbólti.
- Sum støðan er í løtu-ni, so vænti eg ikki, at eg spæli næsta ár. Men eg havi ikki hugsað so langt, at ein 100% endalig støða er ti-kin. Nú ræður um at enda hetta kappingarárið væl, sigur Heðin á Lakjuni, sum hevur góðar vónir um at røkka 4. plássinum í ár.
Álvur til AB?25 ára gamli Álvur F. Chri-stiansen er fluttur til Argir at búgva í sambandi við útbúgving. Hetta ger, at hann mest sannlíkt gevst i KÍ. Samráðingar hava verið millum Álv og AB, og tað verður mest sannlíkt í AB, at Álvur fer at spæla ko-mandi kappingarár, hóast hini liðini í høvuðsstaðnum heldur ikki skulu avskri-vast. Álvur hevði í fjør sítt besta kappingarár í KÍ, tá hann skoraði 10 mál í 30 dystum.
FRÁGONGD VÆNTAST Í KÍ
Tvey umfør eru eftir at spæla í Effodeildini og í kappingini um at fáa flest up-plegg er stórur spenningur, tí lítið skilir í øl-lum førum 9 teir fremstu.
Jákup Ósá
Alex Mellemgaard lá á odda fyrsta triðingin av kappingini, men so steð-gaði hann upp og Lukasz Cieslewicz og Adeshina Lawal fóru at leggja upp til B36 málini. Lukasz er
framvegis á odda, men munurin niður til fleiri eru lítil og eingin.
Støðan sær soleiðis út:
11Lukasz Cieslewicz (B36)
10Finnur Justinussen(Víkingur)
Andy Olsen (NSÍ)Adeshina Lawal (B36)
9Árni Frederiksberg (NSÍ)Pál M. Joensen (HB)
8Sølvi Vatnhamar(Víkingur)Klæmint A. Olsen (NSÍ)Alex Mellemgaard (B36)
7Hans Pauli Samuelsen (EB/Streymur)Hallur Hansson (HB)Bárður Hansen (Víkingur)Ari Ellingsgaard (ÍF)Hjalgrím Elttør (KÍ)Jann Martin Mortensen (NSÍ)
6Fróði Benjaminsen (HB)Kristin Mouritsen (HB)Levi Hanssen (HB)
Støðan hini áriniNorðlýsið hevði eisini up-plegg lista í 2013 og 2012. Í 2013 sá toppurin soleiðis út: 1. Christian Mouritsen (20), 2. Hjalgrím Elttør (17), 3. Árni Frederiksberg (14). Í 2012 sá toppurin so-leiðis út: 1. Hjalgrím Elttør (12), 2. Símun Samuelsen/Hans Pauli Samuelsen/Árni Frederiksberg (11).
UPPLEGG: SPENNINGUR Í TOPPINUM
NORÐLÝSIÐ NR. 33 FRÍGGJADAGIN 10. OKTOBER 2014 5
Tað heldur MagnusJohansen,skipari og eigari av útróðrarbáti-num Karla-magnus.
Tíðin frá summarfrítíði-ni og her til hevur verið strævin hjá útróðrarbátu-num. Nú royna vit ikki við línu, men tað hevur roynst tað sama hjá okkum. Vit vóru úti í 20 dagar í síðsta mánaða, men tað gav alt ov lítið.
Í oktober hava vit snøgt sagt ongan túr fingið av ymiskum orsøkum, so vit hava fyri neyðini at fáa nakrar túrar nú upp undir endan av árinum. Í fjør fingu vit ein góðan túr í oktober, har vit fingu fulla last, so kanska fer at brag-da nú ein góð streymloysa verður í komandi viku og veðurmenninir siga frá be-tri veðri.
Men eg minnist frá tíði-ni eg róði út við línu, at sluppu vit ikki vestureftir hesa tíðina vestur at Ba-rinum og Mykinesi, so var næstan ikki fari til útróðrar. Roknað var altíð við, at fiskurin skuldi koma vestanífra hesa tíðina. Tað plagdi at byrja við at nógv var at fáa vestanfyri, bæði
norðanfyri Mykines og sunnanfyri. Ikki fyrr enn aftaná jól byrjaðu vit at seta her eysturi á okkara leiðum og onkran túrin í Svínoyar-havið. Men nú er onki skil á nøkrum, tað vísir seg sum at menn royna allastaði til allar tíðir nú.
Nú lítið hevur verið at fingið úttanfyri harðbot-
nin, hevur verið nógvur fiskur inni á firðunum. Vit vóru eysturin í Holinum, men har var onki at fáa hjá okkum, tá vit vóru komnir undir Svínoynna, kastaði vit, bara fyri at fáa okkum at kóka á veg heim, vit lógu har ein tíma og fingu 100 fiskar, tað var hildi at vera nógv fyrr í hvussu so er. Smábatarnir eru eisini
komnir upp í 1000 pund í fjørðinum, men uttanfyri hevur ikki bragdað enn.
Eg haldi, sigur Magnus Jo-hannesen at enda, at sjóg-vurin hevur verið ov hei-tur. Vanliga plagdi hann at liggja um 7-8 stig inni við land, men nú hava teir mált upp í 11-12 hitastig og tað er alt ov nógvur hiti.
Hinvegin, so mugu vit siga, at tað sær gott út fyri vetri-num. Sera nógv æti hevur verið at sæð inni við land og harav nógv lív í sjó-num. Vit hava sæð meira til svartfugl enn vit hava sæð í mong ár og tað ber eftir mí-num tykki boð um, at vend er um at koma.
FISKURIN FER AT KOMA VESTANÍFRÁ
NORÐLÝSIÐ NR. 33 FRÍGGJADAGIN 10. OKTOBER 20146
...segði Jógvan við Keldu mill-um annað, tá hann helt hesa røðu í samband við at bókin “Lív mítt á sjógvi og landi” varð framløgd í Skúlanum við Ósánna seina-sta týskvøld
Røðan hjá Jógvan við KelduTað er litið mær í hendur at siga nøkur orð í kvøld.
Ja Levi, so verður bókin framløgd ídag. Bókin við sínum knappliga 400 hun-drað síðum til longdar, sum tú og mong við tær hava bíðað og longst eftir.
Bókin við sínum 14 kapit-lum er skrivað og tilrætta-løgd kronologiskt, har byr-jað verður við fjødskylduni og forfedrunum hjá Levi og síðani barnaárini á Vágs-heygnum. Hann nemur við tey næstu hjá Grethu og endar við romantisku og grípandi løtuni, tá ið hann alment í takksemi fyrireik-ar, at sett verður ein gull-nál í bringuna á Grethu, sum tøkk fyri eitt langt lív saman, har hon hevur átt sín mangan avgerandi leik-lut og í trúfesti og Gudsótta staðið aftan fyri hann og saman við honum.
Ímillum permurnar av hesum smáu 400 síðunum, har eisini árstalsfestingar eru settar við hvønn kapitul sær, síggja vit eitt ómeta-liga hendingaríkt og langt lív, við mongum succesum, við hóttafallum, í sorgar-løtum, við dramatikki og við hópin av sera persónli-gum og opnum samrøðum við fólk undir ymiskum lívsins viðurskiftum. Eisini er bókin til tíðir skemtilig at lesa. - Tað ber eisini til at siga, at bókin er býtt upp í tvey, áðrenn tey fara á “Malta” og aftaná!
Tað sæst týðiliga við gjøgnumlestur, at tað er on-
gin annar uttan Levi Joen-sen, sum eigur bókina. Tó skal sigast, at ongin veit alt, og tað veit Levi heldur ikki, tí hevur hann havt ein hollan ráðgeva í Zacharias Zachariassen, sum bæði er menta- og skrivandi maður við góðum grundleggjan-di andaligum skili. – Sum danir siga: “Har jeg mine bange anelser”, at onkuntíð hevur Zacharis helst sett eina striku í sandin, har hann hevur sagt við mild-leika: “Eg haldi ikki, Levi, at tú skal fara yvir um hesa strikuna”.
Bókin hevur eitt mál og eitt endamálOfta tá vit lesa biografiir og sjálvbiografiir t.d. hjá sjón-leikarum, fótbóltsspælarum og øðrum kendum fólkum, síggja vit, at hesir velja sær høvundar, sum skriva rósandi orð um teir, og so tosa og skriva teir út frá tí. Alt hetta orðnar Levi ein-
samallur! Hann, sum mong av okkum øðrum, er ikki so keddur yvir at verða róstur. Hinvegin hevur hann on-gantíð verið afturhaldandi við at koma við rósandi og uppbyggjandi orðum um og til onnur. Ein fer vanliga altíð væl nøgdur og glaður frá Levi. Tað sæst sannili-ga eisini aftur í bókini.
Ein bók hevur vanliga eitt mál og eitt endamál, meira opin bókin er, áhugaverdari er hon at lesa, og tað kann sanniliga sigast um bókina “Mítt lív á sjógvi og landi”, sum er heiti á bókini. Her sæst, at endamálið hjá Levi er, og hevur altíð verið, at bera fólkinum evangeliið og málið er síðani at siga Føroya fólki frá hansara upplivingarríka lívi.
Heldur møtir 9 ára gamal verður skipari 22 áragamalÍ bókini greiðir hann væl frá, tá hann “undir Gallari-
num” , sum hann plagar at siga og ofta vendur aftur til, í Betesda sum 9 ára gamal fekk frið við Gud og av-legði sín fyrsta vitnisburð í sunnudagsskúlanum, eisini tá hann uppi í Kjallaranum helt møtir fyri smádreing-junum, og hendan trongdin frá barni av, hevur verið at bera sínum fólki evan-geliið. Eisini síggja vit, at Kjølbro tekur til:”Levi, eg rokni við, at tú fert at veða ein sálarvinnari”. - Síðani verður greitt frá, tá hann fer til Danmarkar at læra at tosa, hann fer til skips, gerst skipari við “Skálanesi”, har hann eisini sum 22 ára ga-mal byrjar at halda møtir.
Framgongdir og hóttafallHann fer frá succes til suc-ces við skonnert, útróðr-arbátum, við sluppum, til hann síðani í tí meiri nýmótans tíðunum, sum 28 ára gamal, við hepni gerst skipari við “Stellu Mariu” og seinni “Stellu Karinu” og so sjálvur gerst reiðari á “Kletti”, sum hann sera áhugavert skrivar um, eisini tann dagin, tá lívsins álvari legði hendurnar á herarnar á honum, hvussu hann tá opið greiðir frá tí “klet-ti”, hann sum blaðungur drongur setti sínar føtur á hesa tryggu grund, og hvussu væl tað kom við í
niðurgongdarløtum. – Nei lívið hjá Levi, sum hjá flestu hevur ikki bara verið framgongd, hóast tær vóru í stórum meiriluta, men har vóru onkur nosini á leiðini.
Bókin vísir spenningin hjá Levi eftir at vera ve-iðumaður. Hann var fød-dur veiðumaður, um tað so var at fáa fatur á einum snjóugla, eini ørn, eini skjalbøku, hann veiddi alt livandi, fugl og fisk og ikki minst menniskju.
Úrslit framum prestiguTá ein lesur lívssøguna hjá fyrrverandi amerikanska uttanríkisráðharranum
LE V I ER GÓÐUR FR ÁS AGNA RM AÐUR
Framhald á síðu 11
NORÐLÝSIÐ NR. 33 FRÍGGJADAGIN 10. OKTOBER 2014 7
Búskaparráðið mælir í seinastu frágreiðingini til at lønirnar hjá manningunum á uppisjóvarskipu-num verða settar niður til ímeðal at verða 200.000 kr. um árið. Hetta skal fíggja tveir triðingar av hægri tilfeingisrenti sum sambært Búska-parráðnum eigur at geva landskas-sanum 397 mió. kr í tilfeingisrentu.
Á blaðsíðu 70 í nýggjastu frágreiðingini frá búska-parráðnum gongur fram at Sverri Hansen, cand.oe-con., Thomas Dam, cand.merc. og Herit V. Albinus, MSc Econometrics and Mathematical Economics,
sum mannað ráðið, ætlað at lønirnar hjá manningunum sum sigla við uppisjóvar-skipunum skulu minkast 75% og rindast landskas-sanum, samstundis sum ráðið frá mælir almennar sparingar.
Búskaparráðið skri-var at veruliga lønin sum manningar umborð á up-
pisjóvarskipunum er 1,5 mió. pr. høvd um árið. Ráðið heldur sum skilst at hetta er púra burtur við og skrivar at vanliga lønin átti at verið 400.000 pr. høvd um árið. Hetta gevur lands-kassanum 234 mió. kr. í til-feingisrentu og 163 mió. kr. skulu síðani koma av yvir-normalum kapitalparti.
Sostatt er ætlanin at stør-sti parturin av tilfeingis-rentuni, sum landskassin skal hava skal rindast av manningunum, men her ger búskaparráðið ein rok-nifeil.
Tí ráðið hevur ikki tikið hædd fyri at flestu skipini í uppisjóvarflotanum sigla í dag við dupultari manning,
so verðuliga miðallønin hjá hesum monnum er 750.000 kr um árið og ikki 1,5 mió. Sum stendur skrivað á síðu 70.
TVS. at um landsstýrið og løgting fylgir tilmæli-num frá búskaparráðnum verður miðallønin hjá man-ningum á uppisjóvarski-pum ikki 750.000 kr. sum
hon er í dag, men 200.000 kr. í miðal.
Samstundis mælir bús-kaparráðið frá at nerta løn-arlagið hjá tí almenna, har m.a. einans aðalráðini leg-gja 100 mió. kr. beint niður í høvuðsstaðin í lønarút-gjaldingum.
BÚSK APARRÁÐIÐ LEGGUREF TIR SJÓMONNUM
Savnsmynd
Sverri Hansen
NORÐLÝSIÐ NR. 33 FRÍGGJADAGIN 10. OKTOBER 20148
Tað sigur Jógvan Skorheim,borgarstjóri. Eg havi fyrr sagt at spakin skal setast i í oktober og tað fari vit at gera alt fyri at halda.
Tað er ikki sørt, at fólk í Klaksvík eru spent uppá ætlaða íbúðarbyggingina í miðbýnum í Klaksvík. Tað at Bústaðir nú fer undir bygging her í samráð við Klaksvíkar Býráð, verður onki minni enn ein koll-velting fyri íbúðarmynstrið í Klaksvík.
At tú at kalla ikki hevur havt møguleikan at leiga ístaðin fyri at eiga, hevur verið eitt minus fyri sam-
felagið. Kanska eru tað fyrst og fremst tey ungu, sum at kalla ikki hava havt møguleikan fyri at leiga seg inn í eina íbúð, tá tørvur he-vur verið á tí, ið hava sakna møguleikan mest. Men ei-sini tey, ið eru komin nakað til árs og børnini eru flogin og húsini ov stór og helst eisini tung at halda, høvdu
ivaleyst vilja havt møgule-ikan at funnið sær eitthvørt minni at húsast í.
Tað er kostnaðarmikið at byggja sær síni egnu hús og harafturat eru tað ikki øll, sum endiliga vilja eiga tað tey búgva í. Harafturat eru eisini støk fólk í samfelag-num, ið sjálvsagt bert hava eina inntøku, og hon skal
vera høg, um útlit skulu vera fyri at tey skulu kunna seta føtur undir egið borð, sum vit plaga at taka til.
Arbeiða fyri eini semjuJógvan Skorheim, borgar-stjóri sigur, at samráðingar hava verið aftur í hesi viku-ni við Bústaðir, og tær sam-ráðingarnar hava gingið
væl. Alt er ikki komið upp á pláss enn og tí er ov tíðliga at siga ítøkiligt nær byrjað verður.
Tó fylgir hendan ætlanin, har Bústaðir eru ein partur, miðbýarætlanini sum varð løgd fram í 2011.
Kommunan hevur fleiri ferðir áður gjørt miðbýarætlanir, men ásan-
nast má, at tað hevur ve-rið torført at fylgt teimum. Fáa vit hesa verkætlanina í gongd, verður hetta start-skotið til miðbýin og eitt tiltrongt íkast til íbúðar møguleikarnar í Klaks-víkar Kommunu.
Talan er sum kunnugt um eitt projekt, har bygdar verða 30 íbúðir og haraf-turat ein undirhædd upp á 1000 fermetrar, ið fyrst og fremst er ætlað til handils-hølir.
Hetta er í mínari verð eitt sera spennandi projekt, sigur borgarstjórin Jógvan Skorheim. Eg havi fyrr sagt, at spakin skal vera settur í oktober mánaða í ár, og tað trúgvi eg fram-vegis uppá. Hesin býráðs-meirilutin settir sær fyri, at fjølltátta bústaðarmøgulei-karnar og at seta allar kref-tir inn at fáa ein miðbý, og tað hava vit brúkt alla orku upp á síðani vit byrjaðu.
MentanarhúsiðNæsta skotið á stammuni fyri miðbýin í býráðsregi verður at gera posthúsið til
”BYGGINGIN AV ÍBÚÐUM OG H A NDILSH Ø LUMV ERÐUR STA RT-SKOTIÐ TIL NÓGV S A K N AÐAMIÐBÝ IN Í K L A KSV ÍK ”
Mynd: kvf.fo
NORÐLÝSIÐ NR. 33 FRÍGGJADAGIN 10. OKTOBER 2014 9
Tær 30 íbúðirnar og handils-hølini, ið skulu byggjast í sam-band við miðbýarætlanina,eru komin væl ávegis áskriviborðinum.Andras Róin, stjóri á Bústaðir sigur, at Bústaðir hevur havt innkomið tilboð til viðgerðar, og har eru nógvir lutir sum skulu upp á pláss. Men vit eru komin somikið langt í arbeiðinum, at vit rokna við at kunna fara út saman við Klaksvíkar Kommunu, seinast í hesum mánaðinum við meira ítøkiligari kunning.
Víðari sigur Andras Róin, stjóri fyri Bústaðir, at tað eru nógv, sum hava spurt seg fyri um íbúðir í miðbýnum í Klaksvík. Eisini hava fleiri, sum nú búgva í eldraíbúðunum undir Kráarbrekku eisini spurt seg fyri, um møguliga at flyta oman í nýggju íbúðirnar, ið byggjast skulu í miðbýnum.
Tað eru bara tveir dagar síðani, at vit høvdu fund við Klaksvíkar Kommunu har borgarstjórin, Jógvan Skorheim og Tummas T. Eliasen, kom-munustjóra, saman vóru vit samdir um at meldað okkurt út 27. Oktober í ár, so tá fáa vit at síggja, um tað verður egg ella ungi, sigur Andras Róin at enda.
BÚSTA ÐIR KOMIÐ VÆL Á LEIÐIS V IÐ MIÐBÝ ÐA R-Æ TL A NINIÍ K L A KSV ÍK
”BYGGINGIN AV ÍBÚÐUM OG H A NDILSH Ø LUMV ERÐUR STA RT-SKOTIÐ TIL NÓGV S A K N AÐAMIÐBÝ IN Í K L A KSV ÍK ”
mentanarhús. Jógvan Skor-heim sigur, at samtykt er at útbygging av posthúsbyg-ninginum skal fara ígongd 1. Januar í 2016. Ætlanin var at Heilsutrygd skuldi flyta út áðrenn tað, men nú er ætlanin at Heilsutrygd
skal kunna vera í bygningi-num til uppíbyggingin er liðug ella har á leið.
Tað er annars Signhild Johannesen, sum er for-maður fyri Sjálvsognar-stovnin og har hevur verið fundur við LOA Fonden
um fígging av mentanarhú-sinum í Klaksvík og sum skilst, so var fundurin posi-tivur, sigur Jógvan Skorhe-im, borgarstjóri.
NORÐLÝSIÐ NR. 33 FRÍGGJADAGIN 10. OKTOBER 201410
sí www.treysti.fo
Vit byrja at dansa aftur sunnukvøldið 19. oktobur í fimleikarhøllini í Skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík.
Dansa verður hvørt sunnukvøld:Enskur dansur kl. 19.30 til kl. 20.30Fólkadansur kl. 20.30 til kl. 21.45
Kostnaður:kr. 100 fyri limagjald + kr.150 fyri dansigjald, íalt kr.250.
Gjaldast skal áðrenn byrja verður við at flyta peningin til 9865-414.202.5 í Norðoya Sparikassa,
ella fyrsta kvøldið dansa verður.
Tilmelda:Øll eru hjartaliga vælkomin og áhugaði
verða biðin um at tekna seg til í fimleikarahølliniella [email protected]
Til øll dansiáhugadi
Dansihugni
NORÐLÝSIÐ NR. 33 FRÍGGJADAGIN 10. OKTOBER 2014 11
Condellezzu Rice, verður sagt um hana: “Hon hev-ur ongantíð sett prestigu fremst, men hevur altíð leit-að eftir úrslitum”! – Hetta heitið haldi eg kann setast á Levi. Tað er nakað, sum gongur fram í allari bókini, hann hevur vilja havt úrslit bæði í at fáa fisk og ikki minst við sínum andaliga boðskapi!
Tá ið fyrsti triðingurin av bókini er lisin, koma vit fram til 1982, tá er Levi 49 ár og fær kallið at gera eitt andaligt arbeiði í Hirtshals. Hann greiðir so væl frá í bókini um øll skipini og føroyingarnar, sum sigla út frá og landa í Hirtshals, um samráðingarnar við eiga-rarnar av “Cosmos Trawl” , um at leiga tað til møtir og hvussu vinsamligir teir vóru. Hesi árini er hópin av spennandi hendingum í lívinum hjá Grethu og Levi.
Eisini greiðir bókin frá, tá ávísar trupulleikar stungu seg upp, og hann var noyddur at fáa hjálp frá borgarstjóranum, Knud Størup. Teir báðir gjørdust vinir. Tá hann møtti Levi
spurdi hann: “Levi, hvor-dan går det”. Tá samrøðan var liðug, segði borgar-stjórin: “Mon der ikke er en udvej..”. Og tað var tað. Levi er eisini ein persónur, at hann gongur ígjøgnum heilt fyri at fáa sítt ígjøg-num.
Á MaltaEg hugsaði um hendan táttin hjá Levi í Hirtshals, sum vardi í heili 29-30 ár til 2011, um tá ið Jesus í Matteus 4. kapitli sá báðar brøðurnar Pætur og Andre-as, hesar fiskimenn og sig-ur við teir: “Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn”. – Levi hevði sanniliga kvalifikatiónirnar, um vit kunnu siga so. Hann hevði verið í góðum forskúla. Her byrjar ein nýggj tíð hjá Levi á tann hátt, at hann setir víðari út í kortið!
Tá tú lesir bókina, hygg-ur at ótalið av hendingu-num og fólkini hann hevur tosað við, og drúgvu brotini úr dagbókini, kemur tær til hugs, lívsøgurnar hjá Da-vid Livingstone og Hudson Taylor, uttan at samanlíkna hesar við Levi, bæði í geo-
grafiskum og mentanarli-gum høpi, men tráanin hjá honum at veiða menniskjur fyri Harran.
Tað kemur eisini týði-liga fram, at Levi er ikki hugaður fyri djúpum kon-frontativum kjaki, burtur-sæð frá tá tað kemur til grundleggjandi andaliga boðskapin. Annars haldi eg tað vísir so væl, einaferð hann kemur í kjak við ein persón, sum hevði ymist at finnast at hjá Levi. Tá letur í Levi: Ja góði tosa bara, slúsportrið er opið”. – Hetta vísir hvørji virðir Levi setur høgt.
Tíðin á Malta, møtini suððri á landi og so aftur, tá hann vitjaði í Føroyum fáa drúgva viðgerð og hópin av møtunum hann hevur skip-að fyri.
Lættlisin við áhugaverdum innihaldiHaldi, at eg fari at steðga her, og enda við at siga, at tað kemur sera væl fram í bókini, at Levi er glaður fyri og errin av sínum egnu og sínum trygga baklandi.
-Bókin er snøgg og væl skipað, hevur góð og greið navnayvirlit
-Hon er lætt lisin við nóg-vum myndum og góðum myndateksti
-Er full av persónligum og opnum samrøðum
-Er eitt gott klípi í fiski-vinnu- og vinnulívssøguna og samkomusøguna
Bókin er sum sagt bæði spennandi lesnaður, persón-
lig og opin og eg kann við-mæla øllum at lesa hana bæði yngri og eldri, tí hon hevur hópin av forvitnis-ligum frágreiðingum og hendingum. – Levi er ein góður frasagnarmaður!
Levi! Hjartaliga tillukku við bókini!
Framhald av síðu 6
NORÐLÝSIÐ NR. 33 FRÍGGJADAGIN 10. OKTOBER 201412
7 milliónir krónur í avlopi áðrenn skatt uppá tvey ár. Hetta eru hugaligu tølini, sum P/f Klaks-víkar Sleipistøð kann leggja á borðið fyri hesi seinastu tvey roknskaparárini 2012 og 2013.
At tað hevur gingið gott, er einki yvir at dylja, tí taka vit tað samlaða tíðarskeiðið frá 2004 til 2013, so hevur avlopið áðrenn skatt ve-
rið tilsamans 11 milliónir krónur, og tær 7 av teimum eru lagstar afturat hesi sei-nastu tvey árini.
Tað var tá fyritøkur-nar Klaksvíkar Sleipistøð og Kenit valdu at leggja saman, at veruliga gongd kom á virksemið á Be-dingini, sum Klaksvíkingar kalla stóra arbeiðsplássið.
Bruttovinningurin hjá samanlagda felagnum lá um 18 milliónir krónur bæði í 2012 og 2013. Til samanberingar kann nevn-dast, at bruttovinningurin hjá Klaksvíkar Sleipistøð frammanundan lá um 6-8 milliónir krónur um árið, so bruttovinningurin er næ-stan trífaldadur eftir bert
einum ári.Fleiri fólk eru eisini
komin í starv. Lønarkost-naðurin í 2012 og 2013 var góðar 13 milliónir krónur um árið. Mongu árini fram-man lá lønarkostnaðurin um 6 milliónir krónur um árið, so starvsfólkatalið er tvífaldað á Klaksvíkar Slei-pistøð hesi seinastu stivliga
tvey árini.Eginognin í Klaksvíkar
Sleipistøð er nú góðar 7 milliónir krónur, og soli-diteturin er góður, hann er 55 %. Hóast virksemið er økt munandi, og íløgur eru gjørdar, so er Klaksvíkar Sleipistøð, sum altíð hevur verið væl fyri fíggjarliga, framvegis væl fyri fíggjar-
liga, og hevur avmarkaða lániskuld.
Tað er Frimodt Rasmus-sen, sum hevur verið stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð síðan juni mánað í 2011. Frammanundan tí var hann stjóri á maskinverkstaði-num Kenit, sum í sam-band við samanleggingina flutti alt sítt virksemi inn á Klaksvíkar Sleipistøð. Frimodt hevur drúgvar royndir í vinnuni. Umframt royndir frá sjóvunnu og ali-vinnu, hevur Frimodt mil-lum annað starvast í mong ár sum innkeypsstjóri hjá Thor í Hósvík.
Símun Pauli úr Ko-noy er nevndarformaður í Klaksvíkar Sleipistøð. Hinir nevndarlimirnir eru Grímur Rasmussen og Ólavur Hansen.
KL AKSV ÍK A R SLEIPISTØ Ð K ANÓN-ÚRSLIT SEINASTU T V E Y Á RINI
Frimodt Rasmussen, stjóri í KSSog Sofus Gregersen, sølustjóri í KSSSavnsmynd
amr.fo
NORÐLÝSIÐ NR. 33 FRÍGGJADAGIN 10. OKTOBER 2014 13
Anna Maria Olsen, sum í summar gav út fløguna “Sálareygað”, fer at hava konsert í Christianskirkjuni sunnukvøldið 12. okt. kl. 20.00.
Fløgan “sálareygað” inniheldur 12 sálmar, og er upptikin í Vesturkir-kjuni.
Sjálv sigur Anna Maria Olsensoleiðis um fløguna ”Sálareygað:”Tey flestu av okkum hava tilknýti til sálmar. Vit sungu teir, tá ið vit vóru børn, og flestøll syngja teir enn - í gleði eins og í sorg, í ljósum løtum eins og í dimmum.
Felags fyri sálmarnar á hesi fløgu er tað, at teir fyri meg hava ein serli-gan týdning.
Ynski mítt var at gera eina erliga og nærverandi fløgu; hon er tí up-ptikin, sum var hetta ein konsert. Her er einki snøggað og snákað. Tað menniskjansliga og nakna ljóðið - um vit so kunnu siga - sleppur at
vera tað, tað er.Upptøkurnar eru gjørdar í Vestur-
kirkjuni - meðan stormurin leikaði uttanfyri, og júst tað kundi væl sipað til lívið sjálvt, tí soleiðis kann tað kennast viðhvørt.
Okkara sálmaskattur er so ómeta-liga dýrabarur og ríkur, og vón mín við hesi fløgu er at røkka inn í hjørtu lurtaranna og fáa kærleiksboðskapin fram.”
KONSERT Í CHRISTI A NSK IRK JUNI
Navn, parlagsstøða, bústaður og hvussu leingi hevur tú verið útseti?John Jacobsen, stakur, havi búð í Aberdeen í 2 ár.
Hvat fekk teg av landinum?Eg havi altíð vilja sloppið ut-tanlanda at lesa. Danmark he-vur ongantíð havt nakran áhu-ga fyri meg og eftirsum tað enska málið altíð hevur verið eitt stórt áhugamál, er Bret-land tann besti møguleikin. Eg valdi University of Aberdeen, tí her eru alskins møguleikar, ið higartil hava ment meg ótrúli-ga nógv. Serliga tí Film Studies útbúgvingin er á sera høgum støði her.
Hvat fært tú dagin at ganga við?Mín dagur inniheldur nógv ymiskt. Eg eri mest upptikin av at lesa og aðrar ymiskar aktivi-tetir á universitetsøkinum o.t. Eisini eri eg við í fleiri ’societies’ har eg millum annað arbeiði við at gera filmar og sang ven-
jing.
Hvat gleðist tú mest um í tí dagliga?Eg gleðist mest um tað eg havi rundan um meg. Eg eri komin at kenna fittastu fólk og eg eri glaður fyri at eg valdi at lesa í Aberdeen. Her eru fólk úr øl-lum heimspartum og eg havi lært ótrúliga nógv um aðrar mentannir og meg sjálvan. Ei-sini eri eg sera glaður yvir at hava familju og vinir heima, ið altíð stuðla mær.
Hvat fær títt piss í kók, hvat stressar teg í tí dagliga?Tá ið fólk ikki gera tað, ið er vænta av teimum. Tað er heilt øgiliga strævið og seinkar alt nógv. Tað er næstan ómøgu-ligt at arbeiða við fólkum tá.
Trívist tú? – og orsøk tess?Eg trívist ordiliga væl her í Aberdeen. Eg trívist væl í tí umhvørvinum eg eri í, havi fitt vinfólk og lesi í einum sera stimbrandi lestrarumhvørvi. Øll eru so positiv og hjálpsom so mann følir seg ongantíð ein-samallur.
Hvat er tað besta við býnum, tú býrt í?Aberdeen er ein skjótt vaksan-di býur, her er nógv ymisk at fara til. Eitt tað besta er at hann
bjóðar eina fjøltáttaða men-tan, so eg og vinfólk eru ofta til ymisk tiltøk.
Hvat tekst tú við í frítíðini?Sum sagt eri eg við í einum bólki, sum arbeiðir við at gera filmar og sjónvarpsinnsløg. Hetta hevur verið sera virðis-mikið fyri meg, tí hetta er eitt økið, sum eg fegin vil arbeiða í eftir lokna útbúgving. Eg havi verið við í kappingum, verið til film festivalar og eri komin at kenna fólk innan ídnaðin og eg eri sera glaður fyri at verða ko-min til Aberdeen at lesa.
Fylgir tú við í føroyskum viðurskiftum?Ikki tað stóra. Tíðindahei-masíðunum haldi eg meg vekk frá, tí har fær man lítið og ein-ki at vita. Tað er sum oftast tá ið eg ringi heim at eg fái alt at vita um føroysku viðurskiftini. Eg fylgi mest við í bretskum og altjóða viðurskiftum.
Eitt hvørt menniskja hevur eisini brúk fyri hvíld, og kanska serliga í einum mo-dernaðum og ferðmiklum samfelag, sum vit hava í dag. Nær hvílir tú teg rættiliga? – Ella í øðrum orðum, hvus-su ’slært’ tú teg leysan frá gerandisdegnum, ið til tíðir kann vera strævin?
Mær dámar væl at finna uppá okkurt spontant, einsamallur ella við vinfólkum, sum t.d. at fara onkrastaðni. Tað følist so frískandi. Eisini gangi eg nógv í biograf, tí at tað er so bíligt. Eftirsum eg lesi film studies er biografurin sum mítt seinna heim.
Hvør er besta máltíðin?uha, tað má nokk verða alt tað føroyska, sum man ikki fær her. Serliga ræstan fisk við spik, eplum og garnatálg. Tá verður tað ikki betur.
Leingist tú heimaftur? Og hví?Nei, eg leingist als ikki heim af-tur. Familja og vinur eru heima, men burtursð frá tí dugi eg ikki at síggja eina framtíð fyri meg í Føroyum. Í øllum førum ikki nú. Eg havi Skype, so tað ber altíð til at tosa heim.
Hvat hevur týdning fyri teg, nær hevur tú tað orduliga gott og ert nøgd/ur?Eg eri altíð væl nøgdur tá ið hart arbeiði lønar seg og man sær eitt gott úrslitið var vert alt arbeiði. Eisini royni eg at skapa eitt positivt umhvørvi rundan um meg, tí tað kann gerast sera hektist við deadlines, lesnaði og øðrum.
Menniskja er siðvant. Tá ið tú ert heima í Føroyum, blandar tú so danskt (ella okkurt annað móðurmál) og føroyskt saman? Hevur tú kanska okkurt dømi?Um eg geri! Tað er so ofta at eg má steðga á ella byrja eitt setning av nýggjum, tí at hann gav onga meining. Eitt sum eg haldi er eitt sindur stuttligt er at eftirsum eg ikki tosi føroyskt dagliga, royni eg at gera alt fyri at sleppa undan at fella í at brúka donsk og enskt orð, tá ið eg nú einaferð skal tosa føroyskt, so tað gerst ofta grót føroyskt fyri at vísa at tað før-oyska ikki er heilt av lagi.
Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár?Eg veit heilt erligt ikki, men vónandi í Bretlandi ella USA. Antin víðari lesnaður ella ar-beiði innan film.
Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møguleikin her:Eg vil gjarna senda eina heil-san til familju og vinir, ið eg gleði meg at síggja aftur tá eg komi heim.
Føroyingar kenna føroy-ingar. Hvør útiseti skal stan-da fyri skotum næstu ferð?Svanna Jacobsen
Útisetin hesaferð:”Ræstan f isk við spiki, eplum og garnatálg”
Henry Sólbjørg Thomassen Ziskagøta 1, KlaksvíkHildar Akursmørk Mylnugøta 13. Hjá Jonnu og Símun Akursmørk frá kl.17.30Helgi Simonsen Garðavegur 41. Dagurin verður hildin í Snjallabjallu Skúlavegur 1 frá kl.17.00Jan Olgar Michaelsson Kjalavegur 42. Dagur hildin frá kl.16.00 á Kunoyarvegur 25 KunoyTorleivur Atlason Rasmussen Oman Reyðhús 22 KlaksvíkKristoffur Bjartalíð Bumshamarsvegur 10. Dagur hildin Tekniska skúla KlaksvíkHøgni Louisson Poulsen Víkavegur 11, KlaksvíkJógvan Andrias Heinason Joensen Traðagøta 17, KlaksvíkFríðjohn Elttør Garðavegir 30. Dagurin hildi á Solo deo Gloria á Miðhæd-dini frá kl.15.00
Oluf Durhuus Geilin 3, KlaksvíkÓli Hans Danielsen Kommunubrekka 11. Dagurin hildin frá kl.16.00Tóri Ziska Dahl Niðan Horn 27, KlaksvíkHannis Jansson Matras Traðagøta 13, KlaksvíkBent Kristoffur Klakstein Undir Fossum 85, KlaksvíkMalvinus HansenDagurin hildin á Garðsendi 11 frá kl.17.00Miriam Bethuelsdóttir Traðagøta 42, KlaksvíkSarita Nolsøe Mikkelsen Uppsalagøta 15, KlaksvíkJetta Svøðstein á Brekku 7. Dagurin hildin Klaksvíkar Húsmøðrafelag bøgøta 3Karin Ósa HøgnesenKlaksvíksvegur 27. Dagur hildin N. Pálsgøta.7 KlaksvíkRutt LevisdóttirStoksoyravegur 13, Klaksvík. Dagurin hildin Hamarssniðið 13 frá Kl.17.00
Bjørk Torbjarnardóttir HansenHeygavegur 12, KlaksvíkGunnvá Kallsgarð Joensen N. Pálsgøta 7. Dagur hildin frá kl.17.00 KlaksvíkSólvá Hansen Traðagøta 11, KlaksvíkVónbjørt Magnusdóttir Geilin 6, KlaksvíkMonika Osberg Højsted Garðavegur 64, KlaksvíkElla Jógvansdóttir Heygavegur 18, KlaksvíkMarý Syderbø Anthoniussen Traðagøta 7 Klaksvík. Dagurin hildin til kl.18.00Lena Poulsen Rættargøta 13, Klaksvík Julia Høgnesen Traðagøta 4, KlaksvíkMunda ÁarsteinOman Reyða 12, KlaksvíkEva Olgarsdóttir Eysturskor Kjalavegur 52, KlaksvíkDurita Kalsø Danielsen Skarðsvegur 17, Klaksvík
KONFIRM A NTA R í Christianskirkjanhin 12. Oktobur 2014
NORÐLÝSIÐ NR. 33 FRÍGGJADAGIN 10. OKTOBER 201414
Mítt ummæli: Eftir fimm min-uttum føldi eg meg noyddan at verða sitandi. Eg kundi ikki rýma, tí hetta var ein føroyskur filmur. Eg føldi meg slaktaðan og púrt býttan, eftir at hava sæð Ludo á løriftinum. Kan-ska væntaði eg mær ov nógv av filminum, ella skilji eg ikki ætlan framleiðarans?
Danial Viðoy
Tá ið eg hevði sitið og hugt í fimm minuttir, byrjaði eg longu at hyggja at klokkuni og vóna, at komandi tímin fór at fara í tíðarinnar hav sum skjótast.
Innihald til hægst 10 minuttirAt síggja til snúði filmurin seg um eina familju, ein pápa, eina dóttur og eina sera sinnissjúka/veika mammu. Mamman fær ikki ein gerandisdag at hanga saman, og tað ávirkar sjálv-sagt alla familjuna. Pápin megnar ikki at taka sær av hesum, og dótturin verður eisini ávirkað av hesum syrgiliga heimi. Vit fylgja einum gerandisdegi hjá familjuni. Hendan dagin fara pápi og dóttur burtur í haga, meðani mamman liggur heima og venar seg um lívið.
Teir brikkar, ið skulu lýsa innihaldi í hesum film-inum, eru, eftir mínum tyk-ki, ikki meira enn til einar tíggju minuttir. Filmurin gjørdist alt ov smalur í longdini. Sera harmiligt.
Ravnar?Í jøvnum millumbilum (eg misti talið) vóru ravnur ella ravnar at síggja í film-inum. Jú tað riggaði væl tvær ferðir, kanska tríg-
gjar ferðir. Eg fekk við, at ravnurin skuldi lýsa part av neiliga huglagnum í filmi-num. Men frá at kunna lýsa filmin eitt sindur, oyðiløgdu ravnarnir filmin. Vit síggja
í onkrum filmum, at okkurt lítið brot við einum serst-økum smáluti, fær stóran merkisverdan týdning í ei-num filmi; men í Ludo køv-du ravnarnir filmin. Køvdu ið hvussu er míni eygu. Danskarar siga at overdri-velse fremmer forståelse, men als ikki í hesum føri.
Eg royndi men misti alt á gólviðEg setti meg í biostólin við einum positivum sinni. Hugsaði við mær sjálvum, at eg skal royna at fáa en-damálið við filminum við, eg skal royna at analýsera persónarnar og fáa tað in-naru meiningina við. – Men eg, saman við mongum øðrum, misti skjótt alt á gólvið. Eg kom ongantíð inn í ta bobluna, sum fram-leiðarin royndi at fáa meg í. Og kom mann ikki í hesa kompliseraðu bobluna, so fekk mann ikki filmin við. Eg misti filmin á gólvið.
Lítið at síggja,hóast Føroyar eru stórarÍ eini aðrari roynd, royndi eg at fáa okkurt fyri eygu-
ni, men tað var eisini trup-ult at fáa eyga á. Tí har var eittans hús, ein hagi og ein kirjugarður. Føroyar eru størri enn tað, og Føroyar eiga meira at bjóða einum myndatóli og einum filmi, enn hetta eina húsið, he-sin eini kirkjugarðurin og hesin eini hagin. Sera ein-státtað, og sum áður sagt, innihald og objekt í film-inum vóru ikki meira enn til tíggju minuttir, tíanverri. Filmurin manglaði fjøl-broytnið. Ið hvussu er, eftir mínum tykki.
Soleiðis síggi egEg veit ikki hvussu nógv eg umboði. Men eg havi havt orðið á fleiri, ið hava sæð filmin. Vit eru á somu byl-gjulongd, altso, ein vánali-gur filmur.
Soleiðis síggi eg altso upp á hendan filmin, hann fangaði ikki meg. Higartil er LUDO tann vánaligasti filmurin, sum eg havi sæð, tíanverri.
LUDO ER TANN VÁNALIGASTIFILMURIN EG HAVI SÆÐ
PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]
Tað var framúr undirhald seina-sta leygardag, tá 1.deild hjá KÍ vann 4-2 móti HB og harvið tryggjaði sær framhaldandi luttøku í 1.deildnæsta ár.
Jákup Ósá
Nógvir áskoðarar høvdu leitað sær til dyst, tá KÍ og HB møttust í dysti um at sleppa undan at flyta niður í tribestu deildina, sum ei-tur 2.deild. KÍ mátti vinna,
meðan HB kláraði seg við javnleiki. Bæði liðini hava havt rættiliga ungan miðal aldur í ár. KÍ kom á odda 1-0, 2-1, 3-1 og 4-2, sum var endaliga úrslitið. Jóannes Bjartalíð(2), Jóannes Da-nielsen og Eivin Sørensen skoraðu málini hjá KÍ, sum spældi skjótan og góðan fótbólt í góðveðrinum hen-dan dagin.
HB kærtHB hevur eftir dystin kært KÍ fyri ólógligan leikara, og vil hava KÍ at tapa dystin á skriviborðinum. HB vil vera við, at Atli Danielsen ikki hevur loyvið at skifta frá Effodeildini og niður í 1.deild, tá talan um um sei-nasta u mfar sambært grein 9 í kappingarreglunum. Atli gavst í Effodeildini í summar, men tað, sum helst bjargar KÍ her, er, at hann hevur spælt tveir dystir við 3.deild ímillum her. Sostatt flutti hann tvær deildir upp og har siga reglarnar, at lei-
karar altíð kunnu flyta upp.
Tórur framúr hagtølMerkisvert er at síggja, hvussu hagtølini hjá 19 ára gamla Tórur Justesen hava verið í ár. Bæði í Effode-ildini og í 1.deild. Í Effo-deildini hevur hann spælt við í 12 dystum frá byrjan. Harav megnaði hann at fáa 22 stig av 36 møguligum ella 61 prosent úrtøku. Tað er leikarin við klárt hægst úrtøku, tí teir næstu á lista-num liggja á 48 prosentum. Um hetta er tilvild ella ikki er trupult at meta um. Men myndin er tann sama í 1.de-ild. Í 1.deild spældi Tórur 9 dystir frá byrjan. Harav vann KÍ 5, spældu 2 javnar og taptu 2. Tilsamans vann 1.deild hjá KÍ 7 dystir í teimum 27 umførunum í ár, so okkurt bendur á, at Tórur hevði stóran týdning, tá hann spældi við 1.deild.
KÍ VARÐVEIT TI 1.DEILD