20
9 772245 065007 NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013 / 62. ÁRGANGUR / KR 30,00 Hóast blaðstjórin ikki tosaði í telefon ímeðan hann koyrdi bil, blásti politiið á allar grundgevingar, helt uppá sítt uttan at lurta eftir nøkrum sum helst – tí sitið eg á ákærubeinkinum, forsyndaður um viðferðina. TRÆTAÐUR TIL LYGN

Nordlysid nr. 18 2013

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 18 Hósdagin 16. mai 2013

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr. 18 2013

9772245065007

NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013/ 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

Hóast blaðstjórin ikki tosaði í telefon ímeðan hann koyrdi bil, blásti politiið á allar grundgevingar, helt uppá sítt uttan at lurta eftir nøkrum sum helst – tí sitið eg á ákærubeinkinum, forsyndaður um viðferðina.

TræTaðurTil lygn

Page 2: Nordlysid nr. 18 2013

2 NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013

BrúdleypLeygardagin 27. juli kl. 13 giftast í Skála Kirkju

Sissal Gothard Danielsen, Strendur, ogOlgar Jan Sámalsson Lervig, Skáli.

Brúdleypið verður hildið í Bygdarhúsinum áStrondum kl 19. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin

saman við okkum, kunnu tekna seg hjáSissal ([email protected], tlf. +45 29 92 21 70),

hjá Olgar Jan ([email protected]) ella hjáEyðbjørg Lervig (tlf. 74 16 76). Tekningarfreistin er 15. juni.

TøkkHjartaliga takka vit øllum, ið á ymiskan hátt sýndu

samkenslu, tá elskaða mamma og vermamma,okkara

Kitty Maria Kjærbo

andaðist og varð jarðað. Takk til familju, vinir og kenningar, sum vóru um okkum.

Takk til prest, Hanus á Gørðum og Pól Johannesen, fyri góð og troystarík orð í kirkjuni. Takk til berarir,gravarar, kirkjutænarar, urguleikara og sangarar.

Takk fyri heilsanir, blómur, kransar og gávur tilChristianskirkjuna. Takk til tykkum øll, ið á ymiskan

hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum ogtakk til tykkum mongu, sum fylgdu henni

til hennara seinasta hvíldarstað.

Ein serlig tøkk til heimasjúkrasystrarnar í Klaksvík, sum hava verið mammu og okkum til stóra hjálp

gjøgnum hennara sjúkralegu.

Hjartans tøkk øll somul.Ása og Jón.

TøkkVit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og

hjálpsemi, tá okkara elskaði maður, pápi,verfaðir og abbi

Olgar F. L. HansenKlaksvík

andaðist og varð jarðaður.Ein serstøk tøkk til deild A á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

fyri góða umsorgan og røkt.Tøkk til tykkum øll, ið vitjaðu og sendu heilsanir.

Tøkk til Levi og Hanus fyri troystarrík orð í kapelli-num og Óla fyri sang í kirkjuni.

Tøkk til Hanus prest og Pól Johannesen fyri vøkur orð í kirkjuni og Kristian Fríðrik á grøvini. Tøkk til

Lisu Fredriksberg, Terja Vestergaard og Kórið í KFUM & K fyri vakran sang.

Tøkk fyri peningagávur til KFUM & K.Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til

við jarðarferðini og fylgdu honumtil hansara seinasta hvíldarstað

Familjunnar vegnaLiden, Marian, Samly og Hans Olgar

TøkkHjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ein

hvønn hátt gjørdu okkara brúdleyp 28.12.2012 so ógloymandi gott. Takk til prest fyri næra og persónaliga talu, bæði í kirkjuni og á veitsluni. Takk til skiparar av brúðarvísuni og fyri góðan

brúðardans. Takk til tænarar og sangarar í kirkju-ni og tónleikarar. Eina serliga tøkk til grannarnar

eystanfyri og øll tykkum sum hjálptu til bæði í Nólsoy og í Havn. Takk til skjúttarnar. Takk til

manningina á Ternuni fyri áhaldandi royndir at flyta okkum og gestir okkara um Nólsoyarfjørð.

Takk til familju og vinfólk, fyri røður, heilsanir, gávur og fyri at tit vóru við til at gera okkum

dagin heilt serligan.

HeilsanFríðrik og Maud

Belgiskar ”Kæmpe” kaninungar til sølu

Bert til djóravinir.

Ring á Tel. 455082 ella 211121 (kann eisini sms a)

TøkkHjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt

sýndu virðing og samkenslu, tá ið pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara

Joen Peter Ove EllingsgaardKlaksvík

andaðist 10. jaunar 2013, 89 ára gamal.

Tøkk til prestarnar, Henning Bøgesvang ogHanus á Gørðum, fyri sera góð og troystarík orð.

Eisini takka vit starvsfólkunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, Nærverkinum og tykkum,

sum vóru um hann seinastu tíðina.Takk fyri blómur, kransar, køkur, heilsanir og

tykkum, ið komu inn á gólvið.

Familjunar vegna Jørgin, Jógvan, Heri og Andras

Page 3: Nordlysid nr. 18 2013

3NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013

Stjørnan hevði eitt trupult kappingarár í ár. Liðið var hart rakt av skaðum og stórari útskifting frá dysti til dyst, og tað ávirkaði úrs-litini. Størsta vónbrotið var tó, at tað ikki eydnaðist at koma í steypafinaluna eftir, at liðið stóð í góðari støðu meginpartin av báðum hálvfinalunum. Nú er skjótt ein mánaði farin síðani sei-nasta landskappingardyst og fyrireikingarnar eru av álvara byrjaðar.

Leita eftir venjaraKristoffur Ragnarsson er framvegis ábyrgdar-persónur fyri Stjørnuna í starvsnevndini hjá KÍ. Hann sigur, at enn er fela-gið leitandi í venjara og lei-kara spurningunum.

Í løtuni hugsa vit okkum

um, hvat vit skulu gera. Tað er ikki lítil áhugi fyri venjarastarvinum, har vit hyggja bæði í Føroyum og í útlondunum. Tað er eingin loyna, at vit framhaldandi ynskja at hava ein venjara, ið tekur sær av øllum liðu-num í felagnum eins og sei-nastu árini. Eisini er okkara ynski at í stóran mun brúka okkara egna fólk. Tí skulu vit finna rætta profilin til ein slíkan hóp og vónandi vita vit okkurt nýtt um ei-nar tvær vikur, sigur Kri-stoffur Ragnarsson.

HópurinKristoffur dugur eisini illa at siga nakað um, hvussu hópurin verður, men hann væntar ikki stórvegis av frágongd.

Durita Christophersen

er farin til VÍF/Tjaldur. Síðani er rættuliga ógreitt, hvussu verður við útlen-dinginum, ið vit høvdu í ár. Skulu vit í toppin, so skulu vit kanska hava tveir útlen-dingar. Ein til høgra bakk

og ein málverja. Tí vit hava bara ein ungan málverja, ið er góður, men tað er ov váði at spæla eitt heilt kap-pingarár bara við einum ungum málverja. Nú Ne-istin missir Barbaru Brauer,

ið hevur verið størsti pro-filurin í føroysku kappingi-ni seinastu árini, so er ikki vist, at tað skal so nógv til at koma í toppin. Raka vit við útlendingunum, so kun-nu vit spæla við. Men fyrst

og fremst fara vit at hyggja eftir, hvørjar møguleikar vit hava fíggjarliga, sigur Kri-stoffur Ragnarsson.

STjø rnan

Kristoffur Ragnarsson sigur, at nýggjur venjari helst skal vera komin uppá pláss innan tvær vikur.Jákup Ósá

Page 4: Nordlysid nr. 18 2013

4 NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013

Fyri Saltsilogrunnin verður arbeiðið í sambandi við endur- og umbygging av Saltsiloini á Drelnesi til mentanarhús, boðin út alment, sum niðanfyri tilskilað.

Útbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til omanfyri nevndu adressu att. Tummas Sørensen áðrenn 28. Mai, 2013 og verður sent teimum bjóðandi talgilt sum CD í PDF fílum. Innilokingararbeiðið verður undir einum, og umfatar: 01. – 02. – 03. – 04. – 05. – 06 U Fakentreprisurnar verða hvør fyri seg.

Innilokingararbeiði fevnir um: 01. Byggipláss02. Jørðarbeiði03. Kloakkarbeiði04. Betongarbeiði05. Stálarbeiði, tekja06 U. Uttan - Timburarbeiði, snikkaraarb.

Fakentreprisurnar eru:06 I. Innan - Timbur innandura, snikkaraarbeiði, akustikk07. HVS - arbeiði08. Ventilatiónsarbeiði08 1. CTS automatikk09. El-arbeiði10. Múraraarbeiði11. Málaraarbeiði12. Terrænarbeiði

Lýsing av verkætlaniniSaltsilogrunnurin skal endurbyggja Saltsiloina á Drelnesi til altjóða lista & tónlei-kahús, hvørs endamál er:• At endurbyggja Saltsiloina til eini mentanarhús til gleði og gagns fyri almemingin og brúkaran.• At byggja eini mentanarhús í Suðuroy, sum stimbrar lokalsamfelagið og gagnar lokalum áhugamálum.• At byggja eini mentanarhús í Suðuroy, sum gagnar øllum tí listarliga umhvørvi-num í Føroyum.• At reisa eini føroyskt mentanarhús, ið byggir brýr millum Føroyar og útheimin.

Samlaða byggingin, sum er endurbygging og nýbygging, fevnir um á leið 1900 m2.Uppgávan er at endurbyggja sjálva Siloina til ein konsertsal uppá á leið góðar 1500 m2 við sjóhitarúmi undir konsertsalinum uppá á leið 65m2. Móti norði við høvuðsinngongdina verður ein lættur bygningur, sum umframt høvuðsinngongd verður foyer við café.Eitt innskotið dekk uppá umleið 225 m2 inni í konserthøllini, sum vit kalla gallarí, verður at rúma restauratión og skal kunna brúkast saman við tí stóru høllini til konsertir v.mMóti suðri verða leikaragarderopur, køkur, umsiting, venjingarrúm og goymslur.

Innsending av tilboðum.Licitatiónin verður hildin tann 27. Juni 2013, har teir bjóðandi kunnu vera hjástaddir, tá tilboðini verða latin upp. Staðið og tíðin har licitatiónin verður hildin, verður nærri ásett í útboðsbrævinum.Tilboðini kunnu eisini sendast byggiharranum, sí omanfyri nevnda bústað, att. Tummas Sørensen, Í seinasta lagi 26. Juni 2013 kl. 15.00

Roknað er við at arbeiðið skal byrja medio august 2013 og skal verða liðugt í december 2014.

Til ber eisini at bjóða uppá øll arbeiðini.

Umbygging av verandi saltsilo á Drelnesitil altjóða lista- og tónleikahús

ÚTBJÓÐING

Saltsilogrunnurin • Tvørávegur 37 • FO - 800 TvøroyriAtt.: Tummas Sørensen • Mail: [email protected]

Í samstarvi við FSF skipar KÍ fyri tveimum áhuga-verdum fótbóltstiltøkum við Djúpumýru í Klaksvík. Tiltøkini vera mikudag-in, tann 22. mai. Fyrra tiltakið kallast fyri “Fót-bóltur fyri øll” og seinna “Grassrootsfótbóltur”.

Fótbóltur fyri øll Kl. 14.00 verður til-takið “Fótbóltur fyri øll”. Hetta er ætlað øllum áhugaðum og ikki minst teimum, ið vanliga ikki eru partur av teimum bestu fótbóltsliðunum. Her

kunnu eitt nú foreldur, ungdómar, pen-sionistar, fólk við breki, arbeiðspláss, stuðlar o.o. hugna sær við fótbólti hen-dan seinnapartin. Einans hugflogið av-markar, hvør kann koma.

Endamálið er: 1. At ØLL skulu hava tað gott og stuttligt saman við bóltinum. 2. At bólturin kann vera við til at fáa fólk at samstarva, at kýta seg, at røra seg, at flenna, at kappast, at harmast, at gleðast, at bróta niður forðingar, ja, at koma hvørjum øðrum við.

Grassrootsfótbóltur Kl. 16.00 er so “Grassrootsfótbóltur” á skránni. Hetta er ætlað børnum og ungum, ið dagliga eru partur av barna- og ungdómsfótból-tinum í felagnum.

Sum áður nevnt vera bæði tiltøkini á vøllinum við Djúpumýru mikudagin 22. mai.

KÍ skipar fyri tveimum tiltøkum 22. mai

Frýggjadagin 17. Mají Betesda, Klaksvíksvegur 72Kl. 20,00 Bønamøti

Leygardagin 18. Maií Badmintonhøllini kl. 20,00 Evangiliskt møti

Sunnudagur 19 maií BadmintonhølliniKl. 10,00 Morgunmøti, peningurin sum inn kemur, fer til nýggja Betesda Kl. 12,00 Sunudagsskúli í Badmintonhøllini

Kl. 15,00 Stutt fragreiðing um byg-ging av Betesda / Uppbyggingar-møti Kl. 19,00 Evangeliskt møti í Badmintonhøllini

Mánadagin 20 mai í BadmintonhølliniKl. 10,00 UppbyggingarmøtiKl. 16,00 UppbyggingarmøtiÍmillum hesi møtir er nátturði í hølliniKl. 19,00 Evangeliskt møti

Samfelagsstevnan 17. – 20. Mai 2013

Page 5: Nordlysid nr. 18 2013

5NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013

Enn fleiri fyrimunir.* Bústaðarlán innan fyri 80% av virðinum á ognini. Tá lánið er á 250.000 kr. við 20 ára afturgjaldstíð og skiftandi rentu, er effektiva rentan 4,01% og ÁKP 4,32%. Nordik360PREMIUM er ein fyritreyt. Les meira á www.banknordik.fo/Nordik360

Við Nordik360PREMIUM kanst tú fáa landsins lægstu bústaðarrentu

– og tað er bara ein av fyrimununum.

Fleiri fyrimunir við Nordik360

3,95%Fá allar fyrimunirnar

Bílegg fund á www.banknordik.fo/nordik360

Tað loysir seg at vera kundi í BankNordik, og nú bjóða vit Nordik360. Við Nordik360 savnar tú tíni fíggjarviðurskifti í BankNordik. Fyrimunurin er, at tú fært eitt betri yvirlit og persónliga heildarráðgeving. Umframt nógvar ókeypis tænastur fært tú eisini lægri gjøld og lagaligari rentur.

*

Page 6: Nordlysid nr. 18 2013

6 NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013

Hóast blaðstjórin ikki tosaði í telefon ímeðan hann koyrdi bil, blásti politiið á allargrundgevingar, helt uppá sítt uttan at lurta eftir nøkrum sum helst

– tí sitið eg á ákærubeinkinum, forsyndaður um viðferðina.

Page 7: Nordlysid nr. 18 2013

7NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013

Virðing fyri politinum, ongin ivi um tað, havi alla mína tíð, haldi eg, havt gott samskifti við politiið og havi stóra virðing fyri tí ar-beiði tey gera.

Men politiið skal eisini duga sær hógv. Tað er ein stór ábyrgd tey hava við at ákæra fólk. Slíkt arbeiði má ikki gerast í óðum verkum, og eigur at vera væl grun-dað, tá tað verður gjørt.

Eg ætli mær í hvussu so er ikki at góðtaka, at vera ákærdur av politinum fyri nakað, eg ikki havi gjørt, og eg haldi at politiið má broyta mannagongd við prgf. 13 eftirlitum.

Ákæran”Sigtes for overtrædelse af : Ferðslulógarinnar § 58a…. Tí hann hósdagin hin 21. Mars 2013, uml. Kl 10.22 sum førari av bilinum koyrdi norður ef-tir Nólsoyar Pállsgøtu í Klaksvík, hóast hann brúk-ti handhildna fartelefon, meðan hann koyrdi.”

Hatta eru beinleiðis ósannindi, og eftir míni metan ein ákæra í einans botnar í treiskni frá poli-tistinum, ið steðgaði mær.

SøganSøgan er í stuttum at eg hevði verið í arbeiðisørin-dum á keiini við myn-datólinum og skuldi norður á KSS. Komin fram ímóti

Fjósabrekku, bleiv eg steð-gaður av politinum. Eg hevði, sum vera man myn-datólið í bilinum, so áðrenn eg skrúvaði rútin niður, gjørdi eg myndatólið klárt, tí eg hugsaði, at her kundi eg kanska fara at fáa eina søgu til heimasíðuna hjá Norðlýsinum, um hvus-su nógvir bilførarar vóru steðgaðir og hvørji brot tey

høvdu sæð, tí tað var ikki í mínum tonkum yvirhøvur, at eg fór at blíva ákærdur fyri nakað sum helst í he-sum sambandinum.

Eg vant rútin á bilinum niður og tók eina mynd, áðrenn nakað orðið var talað. Politisturin spyr fyrst, haldi eg, um eg hevði koyrikortið, jú, tað hevði eg. So segði politisturin at eg hevði tosað í telefon, ímeðan eg koyrdi. Eg tók tað lætt og segði, at tað hevði eg ikki, men tá eg hugsaði meg um, so hevði eg havt eitt sindur av tru-pulleika við skriða í høgra oyra, og at eg hevði havt hondina upp fyri oyrað.

FundaðustTað vildi politisturin ikki góðtaka. Politisturin rým-di so frá mær, at tosað við ein annan politist, ið hevði staði undir norðara veggi hjá FonnFlog og eygleitt ferðsluna.

Sigast skal, at veðrið var vánaligt hendan dagin, eitt sløð av kava og regn av suðuri.

Politisturin kemur so aftur og sigur: ”Jú, tú he-vur tosað í telefonini”. Eg sigið nei. Telefonin hjá mær stendur í bluetooth sambandi við bilin, so tað nyttar ikki mær at taka te-lefonina, tí hon virkar deyð. Men tað vildi politisturin ikki góðtaka, politisturin segði, hygg, hon liggur har í øskubikarinum, og tú he-vur tosað í telefon ímeðan tú koyrdi, tú fært eina bót. Nei, segði eg, tað góðtaki eg ikki. So verður tú noyd-dur at møta í rættinum.

Ongin løtt uppgávaHetta oyðilegði mær dagin. Eg helt hetta vera ótrúliga arroganta og tvitna fram-

ferð av politinum, og við nærriumhugsan haldi eg, at politiið má endurskoða mannagongdina við prgr. 13 eftirlitum, í hvussu so er haldi eg ikki at Føroya Rættur kann taka slíkt ef-tirlit fyri fult.

Ólukkudýrið politistu-rin, ið stendur eftir mínum tykki nærmast og krokar undir húsahorninum hjá

Fonnflog, einar 100 metrar frá hinum politistinum við Fjósabrekku, hevur onga lætta uppgávu. Tá eg komi koyrandi framvið norður-eftir, stendur regnið inn á síðurútin hjá mær, og eg sitið í vinstru síðu, ímeðan hann stendur einar fimm seks metrar frá bilinum í mínari høgru síðu. Eg havi hondina upp fyri oyrað, tí eg klori mær í oyranum. Hann hevur sera sera vána-ligar umstøður at síggja inn í bilin hjá mær haldi eg, og serliga um nøkur telefon er í hondini.

Eg hevði onga telefon í hondini, men rætt skal vera rætt, eg hevði hondina upp til oyrað. Men politisturin

velur at trúgva, at eg havi tosa í telefon. Hin, sum stendur um 100 metrar longur frammi og sum eftir mínum tykki gav mær eina sera óhøviska móttøku, hevur so vítt eg skiljið, als onki sæð, tí tá eg sigið at eg havi ikki tosa í telefonini, eftir at vera steðgaður, fer politisturin í samráð við fyrra politistin og kemur so aftur og sigur ”Jú, tú hevur tosa í fartelefon”.

Spentur um prógvini hjá ákæranum.Nú fáa vit at síggja, hvat politiið fer at bryggja saman, tá vit hittast í ræt-tinum, tí eg eri ikki sørt spentur, men eg ætli mær í hvussu so er av hava eitt uppáhald um, at politiið má koma við prógvi um at tey hava sæð eina telefon í hondini hjá mær. Um báðir politistarnir siga seg hava sæð telefonina í hondini hjá mær, so mugu teir koma við eini sjóforkláring um, hví teir høvdu fund, tá eg segði at eg ikki hevði tosa í telefon. Hevur bert annar ein pástand um, at eg tosaði í telefon, so fer akærin helst at hava ein trupuleika at sannføra dómaran um, hvør hevur rætt, eg, ella ein ein-samallur politistur.

Eg segði, at hetta oyði-legði mær dagin 21. Mars 2013. Orsøkin var als ikki útlitið fyri eini bót uppá

500 krónur.

Trætaður til lygnNei tú kennir teg ómetaliga lítlan og tileinkis gjørdan, tá tú verður trætaður til lygn av politinum. Tú ke-mur koyrandi í góðum lag, hevur øll tíni viðurskifti í lagi til at koyra bil, og so verður tú bara gjørdur til einkis, til eitt null í verule-ikan og líkamikið hvørjar góðar grundgevingar tú hevur, so lurtar politið ikki, tú er einki, lortur og lygna-ri fyri teimum, líkamikið hvat tú sigur, tú ert dømdur.

Hatta skal steðgastHatta skal ikki aftur við borðinum. Tað skal roy-nast í Føroya Rætti. Poli-tiið kann ikki fara so lætt um sítt arbeiði. Teir skulu møta í rættunum við álítan-di prógvum um at eg ikki bara tosaði í telefon, men ikki minst skulu teir sleppa at prógva at eg hevði eina telefon í hondini – og sum sandoyingurin segði – TAÐ VERÐUR RINGT.

Tú kemur koyrandi í góðum lag, hevur øll tíni viðurskifti í lagi til at koyra bil, og so verður tú bara gjørdur til einkis, til eitt null í veruleikan og líkamikið hvørjar góðar grund-gevingar tú hevur, so lurtar politiið ikki, tú er einki, lortur og lygnari fyri teimum, líkamikið hvat tú sigur, tú ert dømdur.

Page 8: Nordlysid nr. 18 2013

8 NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013

F a c e b o o Kv i ð m e r K i n g a r

n o r d l y s i d . f o

Rólant Reginsson Biskopstø, sum vit skrivaðu nógv um tá hann fyri hálvum øðrum árið síðan fekk nýtt hjarta, tos-ar nú opið um hvussu happing hevur verið par-tur av lívið sínum bæði áðrenn og eftir hjarta skurðviðgerðina.

Tá Rólant var yngri var hann eitt sindur tyngri enn javnaldrarnir og tað fekk hann at hoyra fyri. Tá hann gjørdist álvarsliga sjúkur helt happingin uppat men nú hann er komin fyri seg aftur er happingin byrjað aftur og nú er tað ikki vekt-in men meira útsjónd og verumáta fólk hanga seg í. Harafturat hevur hann ei-sini hoyrt fyri at hann og familjan hava verið so opin

um hjartasjúkuna og drúg-vu sjúkraleguna. Tað var í samráð við Norðlýsið at Rólant og mamman valdu at tosað opið um sjúkuna og hetta var serliga gjørt fyri at hjálpa øðrum sum tey vistu vóru í líknandi støðu.

-Hatta sum tit skriva gera tit bara fyri at tú skalt verða kendur, er nakað av tí sum Rólant hevur hoyrt fyri síðan hann kom heim aftur.

Gjárkvøldið áðrenn Rólant fór til songar valdi hann at skrivað nakrar tan-kar um happing út á veggin hjá opna facebook bólki-num “Hví happa” og við loyvi frá Rólant endurgeva vit tað sum hann skrivar her niðanfyri.

Rólant skrivarEg veit ikki ordiliga um hetta er mín søga, tí eg stríðist við tað enn, so tað er ikki ”søga” um man kann siga so!

Eg havi verið rættiliga nógv happaður gjøgnum árini, ja, alt tað eg kann minnast. Happing fevndi um øll hugsandi øki. Eg vigaði kanska eitt sindur nógv, og tað bleiv eg ræt-tiliga nógv happaður við, bæði í barnagarði og í fól-

kaskúlanum. Eg royndi at ganga til heilsusystrina fyri at fáa tosa út um alt, og hon gav mær nøkur ráð og upp-muntringar.

Fólk søgdu altíð við meg ”Lat sum luft, lat tað fara!” ella okkurt líknandi. Men sum við so mongum, so er hetta lættari sagt enn gjørt! Man kann ganga og lata sum luft nakrar ferðir, men tá happingin er 24/7, og hel-dur á allastaðni og áhaldan-di, so er tað forbanka ringt! Eg kundi næstan ikki fara inn í eina kiosk, uttan at fólk tosaðu um meg, og hugdu ”niður” á meg. Tá eg bleiv 13 ára gamal og bleiv hjartasjúkur, so steð-gaði happingin eitt sindur, men ikki heilt. Eg bleiv so 14 ár og tá bleiv eg álvar-liga sjúkur og endaði niðri á Ríkissjúkrahúsinum og skuldi hava nýtt hjarta. Tá steðgaði happinging ordi-liga. Fólk byrjaðu at spyrja meg hvussu eg hevði tað og fleiri skrivaðu á veggin hjá mær á facebook og søgdu seg vónað at eg hevði tað gott. Summi av teimum vóru tey somu, sum áðrenn sjúkraleguna altíð vóru ef-tir mær.

Tá eg so kom heim aft-

aná 7 mánaðir í Danmark vóru fleiri og fleiri rundan um meg, og spurdu hvussu gekk - skrivaðu til mín á facebook og alt var so “evi-ga” deiligt - helt eg!

Nú eru s liðin gott og væl 2 og eitt hálvt ár síðani skurðviðgerðina og fólk eru byrjaði at tosa ringt um meg aftur. Eitt, ið eg havi verið rættiliga nógv happaður við ella kallaður at vera - er at eg skal verða samkyndur. Veit um fleiri vinfólk hjá mær sum eru spurd um eg eri samkyndur.

Eg eri so ikki samkyndur og skilji ikki hvat fólk billa sær inn!! Sjálvt um eg kan-ska eri eitt sindur annarle-iðis enn hini, so skal man knappliga vera samkyn-dur?? Verðin er ónd!

Eisini tá eg hugsi um tíðina eg fekk skift hjarta og tíðina aftaná tað tá eg kom heim, og øll vóru har fyri meg. At tað skal SO nógv til fyri at gera ein til ein betri persón, at man má hálvavegna skal liggja fyri deyðanum, áðrenn fólk fáa kaldar føtur - tað er nokkso langt úti.

Fleiri vita nokk ikki um hesa søgu, men sama ger! Eg havi fleiri onnur ting,

sum eg kundi komi skriva um, men hetta er tað sum í stuttum lá mær á hjarta nú!

Vóni at tað einaferð ferð at bera til at steðga happing, skrivar Rólant á facebook vegginum “Hví happa”

Tað gongur gott hjá Rólant5. mai vóru 2 og eitt hálvt ár síðan Rólant fekk nýtt hjar-ta á Ríkissjúkrahúsinum og tað gongur sera væl.

- Eg havi júst verið til kanning og alt var sum tað skuldi. Blóðtrýsti er í la-gið og ilt-ingin er 99% og tað er sera gott. Beint eftir skurðviðgerðina hildu livur og nýru uppat við at virka, men eisini hetta er komið í rættlag og læknin segði at nýruni virkaðu tríggjar-ferðir betur í dag enn tey gjørdu tá eg hevði gamla hjarta.

Rólant hevur tikið 20 kg uppá síðani skurðvið-gerðina og er vaksin 20 cm. Hann hevur nógv um at verða, tí umframt skúla og arbeiði venur hann eisi-ni sjónleik. Stóri dreymur hansara er framvegis at ge-rast sjónleikari.

eg eri iKKi SamKyndur- Hví kunnu fólk ikki bara gevast við at happa?

”Eg haldi at Sonja Klein segði tað so væl ein morgun hon var í útvar-pinum, og haldi at vit øll skuldu havt hetta í huga, at tað er happarin sum hevur trupulleikar, tí hann hevur tað ikki gott við seg sjálvan, og hevur tí onki gott at geva øðrum. Tað kann sigast á tann hátt, at happarin roynir bara at sleppa av við sína byrðu, og so skal tað bara ganga útyvir onnur óskyldig menniskju, sum onki er galið við. Tað er happarin sum hevur brúk fyri at fáa hjálp, so hann kann síggja hvussu fantastiskt lívið er, ístaðin fyri at brúka óneyðuga orku uppá at blaka sínar egnu trupulle-ikar yvir á onnur óskyldig menniskju. Eg vildi bara ynskt, at tað var lættari at fingið tey happaðu at sæð hvussu fantastisk tey sjálvi eru, og gloymt alt um tað negativa sum er hegla omanyvir tey.”

”Hey Rólant, hattin av fyri tær :) Til okkum øll onnur - lat okkum bróta tøgnina og tala at, tá vit uppliva at onnur verða happað!”

”Halt út Rólant. Eg bleiv eisini happa sum barn, tí eg var for tjúk. Men havi lært at hugsa: EG KAN IKKI MEIRA ENN SKýTA À HVAT ONNUR HALDA :) Men eftur at eg bleiv eldri, havi eg tikið synd í fleiri ”hap-paranum”, og vil gjarne vera morgun og døgura-prat hjá teimum. HALDI AT TAÐ ER SIND FYRI TEY AT TEY ONKI ANNA HAVA AT GANGA UPPÍ. So Rólant, slappa tú bara av og tak synd í teimum. Minst til ” TIL TEY SUM ONGA SYND HAVA GJØRT: KASTI FYR-STA STEININ” SO LIV LÍVI OG NÝT TAÐ. TÚ ERT EIN SUPER SØTUR, PENUR OG EYGAGÓÐUR DRONGUR.”

”Hetta er for galið... ’:( ”

”Hatta er enn eitt tragiskt dømi um ein primitivan machokultur, ið enn verður dyrkaður úti á bygd, og eina avoldaða, stereotypa uppfatan av, hvussu ”ordilig” mannfólk eiga at vera. Og so tað, at rættiliga nógvir føroyingar eru só heilt ólukksáliga forvitnir, elska at sneyta í privatlívinum hjá hvørjum øðrum og hava ilt í reyvini av øllum, meir ella minni.”

”Langt úti..”

sí fleiri á nordlysid.fo

Page 9: Nordlysid nr. 18 2013

9NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013

Í gjár visti Portalurin at siga, at Jóan Símun Ed-mundsson møguliga kemur heim aftur til Føroyar at spæla í seinnu hálvu í ár. KÍ er mest skorandi liðið í Ef-fodeildini. Til hesi málini eru tað í stóran mun tríggir leikarar, sum hava skarað framúr. Páll A. Klettskarð er toppskjútti í deildini og

er ein av leikarunum við flest uppleggum í deildini, Hjalgrím Elttør er leikarin við flestu uppleggum í de-ildini, meðan Álvur Chri-stiansen eisini er millum bestu málskjúttarnar fyrsta triðingin.

Jóan Símun er uppá talTó so, so umhugsar KÍ

framvegis at styrkja um hendan partin. Vinstra síðan hevur haft skiftandi manning í ár og eisini hava skaðar gjørt um seg. M.a. hava bæði Hjalgrím Elttør og Álvur Christiansen havt skaðar at drigist við sei-nastu tíðina. Tí verður ar-beitt við møguleikanum, at fáa Jóan Símun Edmunds-

son til KÍ í seinnu hálvu. Eingin frá KÍ leiðsluni vil gera nakrar viðmerkingar til málið, men sum skilst er KÍ eitt av feløgunum, sum umhugsar at geva landsliðs-leikaranum eitt tilboð í summar. Um tað eydnast, so kemur hetta uttan iva at styrkja um møguleikarnar fyri einum góðum úrsliti í

ár. HB hevur frammanun-dan verið favorittur til at ogna sær leikaran.

Niclas er eisini nevndurNiclas Niclasen hevur ikki spælt við KÍ síðani 2005. Hann hevur hesi árini spælt við GÍ og Víkingi. Men kel-dur hjá Norðlýsinum siga, at ta er ikki vist, at hann

spælir við Víkingi árið út. Tí í KÍ hevur man ikki bara í hyggju at styrkja um álop-spartin. Og til verjupartin verður Niclas Niclasen roknaður sum ein góð til-gongd og breiðkar um hópin. Keldur hjá Norðlý-sinum siga, at tað er ikki óhugsandi, at Niclas skiftur felag í summar.

Í KÍ verður spurningurin í hesum døgum reistur, um vælspælandi álopstrio’in skal út-byggjast til seinnu hálvu. Eisini Niclas Niclasen er uppá tal í summarsteðginum.Jákup Ósá

Page 10: Nordlysid nr. 18 2013

10 NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013

Lægri renta og møgu-leiki fyri realkreditláni

Lægsta rentan á 1. veðrætti til bústaðir lækkar við 1%-stigi frá 5,25% til 4,25%, og nú fer Norðoya Sparikassi eisini at bjóða realkredit-tlán.

Allir kundar, sum hava bústaðarlán við 1. veðrætti, fáa ágóðan av, at sparikassin lækkar rentuna. Eftir rentulækkingina er lægsta bústaðarrentan 4,25% fyri fíg-ging upp til 75% av bústaðarvirðinum, tó í mesta lagi 1,2 mió.kr. Allir fyrimunir, sum eru avtalaðir frammanundan, t.d. møguleikar fyri skáum og broytingum í lánsgjøldum, verða óbroyttir.Alt hetta verður gjørt, uttan at kundin nýtist at rætta hond frá síðu.Higartil hevur ikki verið møguleiki fyri realkreditláni í Norðoya Sparikassa. Nú hevur sparikassin undirskrivað sam-starvsavtalu við DLR Kredit í Dammark

um at bjóða realkredittfígging til før-oyskar bústaðir. Ætlanin er, at møguleiki skal vera fyri hesum 1. september, og seinni verður meiri kunnað um hetta.Sparikassin hevur higartil bara veitt van-lig bústaðarlán. Nýggja samstarvið ber við sær, at tað fer at bera til hjá kunda-num at velja millum fleiri møguleikar. Tað verður sjálvandi kundanum til fyri-munar.Í hesum sambandi lækkar rentan á flest øllum innlánum við upp til 0,6%-stig.Broyttu høvuðsrentustigini verða lýst á heimasíðu sparikassans www.ns.fo.Rentulækkingin stendst av broytingum á føroyska og danska fíggjarmarknaði-num og fær gildi frá 15. juni 2013.

NORÐOYA SPARIKASSIKlaksvík, hin 14. mai 2013

Page 11: Nordlysid nr. 18 2013

11NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013

Tinghúsvegur 14 • Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn •Tel +298 349 550 • Faks +298 349 551 • T-postur [email protected]

Tú kemur at arbeiða í einum spennandi um-hvørvi við starvsfólkum, sum fegin vilja geva tær eina góða næmingatíð.

Tað hevur týdning, at tú:

- hevur miðnámsprógv- ert væl skipað/ur- tímir væl at arbeiða við tølum- dugir væl at brúka teldu- dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í bólki

Tú kemur at hava nógv samband við við-skiftafólk hjá okkum, og tað krevur, at tú dugir væl at samskifta við fólk.

Vit bjóða eina góða útbúgving í einum spennandi umhvørvi, har uppgávurnar eru ymiskar og avbjóðandi. Tú lærir at nýta allar hentleikar, sum hoyra einari nutímans skrivstovu til.

Lærutíðin er 2- 2 ½ ár. Tað veldst um hvørja útbúgving, tú hevur.

Lønin er sambært sáttmála millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsóknin skal sendast til [email protected]. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 17. mai kl. 12. Størvini verða sett skjótast gjørligt.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi størvunum, ert tú vælkomin at ringa til Magna á Deild Olsen á tel. 349550, ella senda honum ein teldupost á [email protected].

Vit gleða okkum at frætta frá tær.

ALS er skipað sambært løgtingslóg. Tað vóru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum í 1992 tóku stig til at stovna Arbeiðsloysisskipanina, og tað eru tey, sum vara av skipanini. Høvuðsvirksemið hesi fyrstu 20 árini hevur verið at rinda út arbeiðsloysisstuðul umframt at skipa fyri førleikamenning av ymsum sløgum. Trygdargrunnurin var stovnaður í 2011, og endamálið hjá grunninum er við minstuløn og minstaforvinningi at veita fiskimonnum inntøkutrygd. Á ALS og í Trygdargrunni fiskivinnunnar starvast 36 starvsfólk.

sansir.fo

ALS søkir eftir tveimum skrivstovunæmingumErt tú næmingurin, ið vit sóknast eftir? ALS leitar eftir tveimum gløggum og ágrýtnum skrivstovnæmingum.

Sum flest fólk vita, verður hallarkaba-rettin Haugaard Pelagic við Jacob Hau-gaard og øðrum góðum leikaraum í badmintonhøllini. Og atgongumerkini ganga sum heitt breyð.

Men aftrat tí verður stórdansur aft-aná kabarettina leygarkvøldið 1. juni.

Tað er eydnast at fáa Showmenn við navnkunnuga og Bon Joviaktuella Jens Marna Hansen, Kim, James og Jóhan-nus at spæla til dans. Seinast Show-

menn spældu til hallardans sluppu ikki øll inn. Hetta er ein risiko, ikki minst á Norðoyastevnu, men hesum hava fyri-reikararnir tikið hædd fyri. Tí tað ber nemmuliga til at keypa atgongumerki til dansin á www.ebillett.fo og í FAST kring landið, soleiðis at tey sum ynskja at tryggja sær atgongumerki til dansin, kunnu gera tað í góðari tíð.

SHoWmenn á Norðoyastevnu

Norðoyastevnan í ár verður forkunnug og hugfarslig.

Page 12: Nordlysid nr. 18 2013

12 NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013

HeSir Hava STaðið Seg beST

Page 13: Nordlysid nr. 18 2013

13NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013

HeSir Hava STaðið Seg beSTEin triðingur er farin av kappingini í Effodeildini. Norðlýsið hevur sett saman eitt lið við teimum 11 leikarunum, ið vit halda hava staðið seg best.

Ársins lið fyrsta triðingin er merkt av, at HB hevur verið greitt besta liðið og liggja 7 stig á odda. Teir eru best umboðaðir. Síðani hevur mest skorandi liðið, ið er KÍ, eisini fingið fleiri leikarar í álopspartinum. Til seinastu plássini í ver-juni og á miðvøllinum vóru ivamál, men annars eru tey flestu plássini rættuliga uppløgd. Summir leikarar - sum eitt nú Heini Vatns-dal – hava spælt ov lítið til at koma uppá tal. Uppstil-lingin er 4-4-1-1.

Málverji: Teitur M. Gestsson (HB)Til málverju plássið er eingin ivi. Teitur hevur vunnið innanhýsis kap-pingina móti Hans Jørgen-sen og bara tað sigur nógv. Síðani hevur hann tikið av møguleikanum og spælt sera sannførandi. HB hevur bara latið 5 mál inn, har tey 3 komu móti KÍ. Var tað ikki fyri Teiti, so vóru fleiri mal farin inn. Sera sannfør-andi avrik fyrsta triðingin.

Høgri bakkur: Gert Hansen (EB/Streymur)Truplari at velja høgra bak-kin. Valið fall á roynda hø-gra bakkin hjá EB/Streymi, sum eisini hevur spælt ein-stakar dystir í miðverju-ni. Hann hevur ikki gjørt stórvegis av mistøkum í verjupartinum og frameftir vøllinum hevur ligið væl fyri. 3 upplegg og 1 mál borga fyri einum framræt-taðum leikara. Avrikini tykjast í flestu dystum ræt-tuliga støðug hjá Gert.

Miðverji: Jóhan T. Davidsen (HB)Helst besti verjuleikarin av teimum aftastu hjá HB í ár hevur verið Jóhan T. David-sen. Feilirnir hava næstan ikki verið til at fingið eygað á. Jóhan hevur gjørt tað lættari hjá óroynda Jógvan Róa Davidsen og Gunnar Haraldsen, ið ikki hevur havt fast pláss hjá HB áður,

at spælt á sannførandi støði. At HB nærum ikki hevur latið mál inn í 8 av teimum 9 dystunum telur sjálvsagt nógv rætta vegin.

Miðverji: Erling JacobsenHetta var kanska trupla-sta plássið at seta navn á. Tí trupult er at taka dagar ímillum teir bestu miðver-jarnar, har allir hava havt sínar minnu góðu dagar eisini. Í Víkinga verjuni er Erling komin væl frá up-pgávuni, hóast einstakar minni góðar dystir á útivøl-li. Hann er eisini sera týd-ningarmikil í uppspælinum og skjótleikin bjargar eisini mangan verjupartinum hjá Víkingi.

Vinstri bakkur: Alex dos Santos

Tað eru fleiri góðir vin-stra bakkar í Effodeildi-ni og tí var ikki so lætt at velja. Men Alex dos Santos hevur spælt væl og støðugt, hóast hann ikki hevur verið seinast ella næst seinast á so nógvum málum sum on-kuntíð fyrr. At hann hevur sera álopssinnaða Símun Samuelsen frammanfyri seg ger, at hann mangan hevur truplar umstøður í verjustøðu, men í tí stóra og heila er hann komin væl frá tí.

Sentralur miðvallaleikari: Fróði BenjaminsenHóast Fróði er blivin 35 ára gamal og eisini er hjálpar-venjari í ár, so hevur tað ikki ávirkað avrikini skeiva vegin. 4 upplegg og 2 mál telja eisini rætta vegin hjá einum leikara, sum í flestu dystunum eisini hevur havt nógvar verjuskyldur. At hann avgerð toppdystin móti KÍ vísir eisini, at hann hevur framvegis tað eyka, ið ger hann so nógv verdan fyri eitt lið.

Sentralur miðvallaleikari: Hjalgrím Elttør

Hjalgrím hevur fingið fríðari ræsir til álopspar-tin í ár í mun til í fjør, og tað sást aftur. Málini eru fleiri og longu nú hevur hann lagt upp til 8 mál, sum er tað mesta, ið nakar leikari hevur lagt upp til í ár. Hóast einstakar min-ni góðar dystir inn ímil-lum, so er eingin ivi um, at Hjalgrím, sum eisini hevur leikt á vonginum, saman-lagt hevur verið ein av mest eyðsýndu leikarunum í Ef-fodeildini fyrsta triðingin.

Høgri vongur: Álvur ChristiansenVið 5 málum er hann mil-lum bestu málskjúttarnar í Effodeildini higartil um-framt 2 upplegg. Álvur hevur notið gott av at hava verið fluttur fram á fram-rættaða vongin í mun til í fjør, tá hann leikti høgri bakkur. Leikliga hevur hann ikki verið so eyðsýn-dur í fleiri dystum, men tá KÍ hevur skorað málini, so er hann ofta uppí blan-daður.

Vinstri vongur: Símun SamuelsenSímun er aftur í ár sera eyðsýndur í Effodeildini. Hann skapar nógv, skorar nógv mál og leggur upp til nógv mál. Tá ger tað ikki so nógv, at hann nærum ikki luttekur í verjuspæli-num hjá HB. Hann byrjaði kanska ikki so sannførandi, men er rættuliga komin fyri seg seinastu vikurnar og hevur í fleiri dystum skarað framúr. Plássið er rættuliga trygt á hesum liðinum hjá Símuni.

Hangandi álopsleikari: Christian MouritsenChristian hevur fyri tað mesta spælt sum høgri vongur, men er settur sum hangandi álopsleikari her fyri at geva pláss fyri øllum teimum mest sannførandi miðvalla leikarunum. 7 up-plegg og 3 mál tala fyri seg. Hesi tølini kundu eisini ve-rið fleiri, tí møguleikarnir

hava verið har.

Álopsleikari: Páll A. KlettskarðHer er eingin ivi. Páll he-vur hildið sama støðið sum í fjør. Kanska eru avriki-ni enn støðugari og í ár er hann komin í gongd frá byrjan. Eitt er, at Páll er toppskjútti í deildini, men hann gevur KÍ liðinum so nógv meira enn bara máli-ni. Hann er eisini millum leikararnar við flestu up-pleggunum og er sera sen-tralur í KÍ álopsspælinum.

HAGTøL

Toppskjúttara listin í Effodeildini:7 mál: Páll A. Klettskarð6 mál: Leif Niclasen5 mál: Álvur Christiansen, Ibrahima Camara, Símun Samuelsen og Øssur Dal-búð

Flest upplegg í Effodeildini:8 upplegg. Hjalgrím Elttør7 upplegg: Christian Mouritsen6 upplegg: Símun Samuel-sen5 upplegg: Páll A. Klettskarð og Ari Ellings-gaard4 upplegg: Fróði Benjamin-sen

Jákup Ósá

Page 14: Nordlysid nr. 18 2013

14 NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013

(RED: Niðanfyri prenta vit røðuna sum Jóannes Hansen helt í Skúlanum við Ósánna Kristihim-malferðardag)

Háttvirda samkoma!Nú eru tað nakrar vikur síðani, at Líggjas, skyld-maðurin, ringdi, og spurdi, um eg kundi lesa handritið til bókina um Óla Jákup og skriva eitt ummæli um bókina.

Meðan eg las, so pop-paðu tveir menn upp, sum vóru uppi á døgum fyri um-leið hálvt annað hundrað árum síðani, og sum eiga sín part í, at vit eru savnað her í dag. Teir vóru vanligir bygdamenn her í Norðoyg-gjum. Eftirkomarar teirra eru nógvir, og aftur til teir báðar hava nógv samband, sum eru her í dag.

Annar er Gøtu Jákup, pápi Óla Jákup. Hann var ættaður úr Norðragøtu og giftist Malenu Ziska, sum var dóttir Kristoffur Ziska í Gerðum. Hon var fødd í 1861 og doyði í 1930.

Gøtu Jákupvar føddur í 1851 og doyði í 1935. Hann búði millum Garðarnar, har hann hevði trøð. Nú hava eftirkomarar hansara trøð-na – hjá Ziska omanfyri ve-gin og hjá Markusi niðan-fyri vegin.

Í bókini kunnu vit lesa um Gøtu Jákup, og hvussu hann stríddist og forsyrgdi sær og sínum við at velta og rógva út og vera í grind og so víðari, hóast hann hevði træbein.

At tað eitur millum Garðarnar kemst av, at hetta jarðarstykkið, sum hoyrir til Oyrar, er millum garðin millum Gerðahaga og Oyrahaga og gamla bø-garðin úti á Oyri.

Malena og Jákup giftust í 1882, og tey fingu 9 børn:Jákup,sum giftist Martu uttan av Bø í Svínoy og búsettist uppi á Heygum í Svínoy og varð nevndur Jákup uppi á Heygum.

Christoffur,sum giftist Malenu úr Niðristovu á Oyri. Tey búsettust á Vágs-heygnum.

Jógvan millum Garðar-narella Bettu Jógvan, giftist Bettu og búsettist í Víku-num.

Óla Jákup,giftist Onnu Sofíu ættað uttan av Bø í Svínoy, búðu fyrst í Svínoy og seinni í Klaksvík.

Markus á Fløttinum,sum giftist Mariu Heinesen úr Kunoy. Tey búsettust á Fløttinum.

Sigga,sum giftist Sig-mundi Mikkelsen úr Árna-firði. Tey búsettust á Fløtti-num.

Oluffa,giftist Nicl-asi Niclasen. Tey búðu á Skúlatrøðni og seinni í Havn.

Ziska,giftist Hannu hjá Lamba Jóhan. Tey búsettust á Gerðareiði.

Hjalmar,giftist Sigrid. Tey búsettust í Víkunum.

Malena og Jákup fingu 9 børn, sum øll giftust og til-saman fingu 56 børn.

Elsti sonurin Jákup uppi á Heygum var føddur í 1883, og Hjalmar, sum var yngstur, var føddur í 1903. Sum eg segði, so búsettust tey øll her í bygdini, og tey vóru við til at mynda hetta samfelagið, tá ið bygdin av álvara fór at vaksa. Nú eru tey øll farin.

Fleiri í næsta ættarliðnum eru eisini farin, men tað er hugaligt at síggja nøkur í næsta ættarliðnum her í dag, og eg síggi eisini ef-tirkomarar hjá teimum. Onkur veit kanska, hvussu nógvir teir eru.

Hin maðurin, sum eg hugsi um, og sum mong, ið eru inni her eru í ætt við, er Líggjas í Keldhúsinum í Hattarvík. Hann var føddur umleið 1835 ella eini 16 ár áðrenn Gøtu-Jákup. Eisini hann var útróðrarmaður og fekst við jarðarbrúk.

Líggjas fekk sær konu úr Svínoy. Hon æt Sigga og var ættað úr Eyðastovu. Tey giftust í 1860 og fingu seks døtur. Sigga doyði longu í 1872 ella tólv ár eftir, at tey vóru gift, og fleiri av døt-runum fóru út. Tann yng-sta, Maria, doyði sum 11 ára gomul. Tann næstyng-sta, Sunneva, giftist yvir á Kirkju við Sørin Pram. Vit komast við børn teirra, eitt nú Eliesar, pápa til Líggjas í Bø, sum eitur eftir abba-num í Hattarvík.

Birta Jóhannagiftist til Svínoyar við Jústinus niðri í Túvu. Millum børn teirra vóru Peter og Marianna, sum búðu í Svínoy, og Jo-sefina, Sigga og Petra, sum allar búðu í Havn, og Inger sum búði í Svínoy og seinni í Havn.

Anna Sofíagiftist við Pól Jóhannes í Horni í Klaks-vík. Tey fingu níggju børn, m. a. Bettu hjá Jógvan mil-lum Garðarnar, Líggjas í Horni – abbi Vilhelm Jo-hannesen – Malena hjá Dia í Funningsstovu í Havn, Gigga, sum var gift Jacob Andrias Petersen – tey búðu í Víkunum, Palli og Niels, sum eisini búðu í Víkunum, Sara sum giftist til Fuglafirðar við Edvard Jacobsen og Petra sum giftist til Havnar við Poul Johannes Hansen. Nógv av hesum hava aftur fingið nógvar eftirkomarar.

Cathrina Sofíagiftist við Jógvan Hansen í Eiðsvík og búsettist á Viðareiði. Døtur teirra vóru Súsanna Margretha, kona Julius á Viðareiði, og Sunneva Eli-sabeth, kona Mikkjal hjá Linu.

Og tann elsta var Anna Katrina.Hon tænti í bón-dahúsinum Har heimi í Svínoy. Har møtti hon Jósu-pi Niclasen úr Køk í Havn, ið sum smádrongur var sen-dur norður til Svínoyar.

Tey giftust og búsettust úti á Bø. Hetta vóru forel-drini hjá Annu Sofíu, konu Óla Jákup. Akkurát sum hjá Gøtu Jákupi og Líggjasi í Keldhúsinum, so var Jósup útróðrarmaður, og eisini hann hevði eitt traðarstyk-ki, sum hann velti.

Anna Katrina og Jósup fingu 7 børn:Tummas,sum búði úti á Bø og fórst við Ernestinu í 1930,

Sigga,omma mín, sum giftist út á Toftir við Hanusi heima í Túni,

Líggjas,sum vaks upp hjá abbanum í Keldhúsinum, har hann giftist inn við Elsu Mariu, sum var av Kirkju,

Anna Sofíahjá Óla Jáku-pi, Símun Petur,sum giftist uppaftur við Elsu Mariu, eftir at Líggjas var deyður av tuberklum. Tey búðu síðstu árini í Klaksvík, á neystaloftinum hjá Símuni hjá Póli og so hjá dóttrini Tórgerð og manni hennara Hjørleif Waag Høgnesen, sála,

Birita,sum var gift Jóan-nesi á Váli, skipara á Ha-raldi. Tey vóru foreldur Líggjas á Váli og systrar hansara

Niklassum doyði av tu-berklum, meðan hann var ungur.

Nú rokni eg við, at eg havi nevnt upphavið hjá so mongum, sum eru inni her, og sum eru í ætt við Óla Jákup ella Annu Sofíu konu hansara.

Sum eg segði, so fann Óla Jákup fann sær konu í Svínoy. Hon æt Anna Sofía. Nógvu síni seinastu ár var hon rættuliga sjúklig, og hon doyði í 1939, tá ið yngs-ti sonurin var 12 ára gamal. Óla Jákup doyði í 1971, og harvið var hann einkju-maður í 32 ár.

Tey fingu sjey børn:Jósup,sum búði á Ziskatrøð og var giftur Monu.

Malena ella Lena, sum var gift Hans í Beiti í Sørvági, har tey búðu.

Anna Kathrina,sum var gift Ova Heinesen og búði í Leirvík.

Lisa,sum var gift Mik-kjal Petur úr Útistovu í Hattarvík. Tey búðu á Bumshamri.

Rasmus,sum var giftur Kristinu hjá Sámali í Le-irvík. Tey búðu á Kósini.

Diana,sum var gift Es-mari Hansen úr Mikladali. Tey búðu á Stongunum.

Kristoffur,sum var giftur Helenu, ið var úr Porkeri. Tey bygdu á Bumshamri, og tað var hjá teimum, at Óla Jákup búði seinastu 21 árini. Kristoffur er tann einasti av børnunum hjá Annu Sofíu og Óla Jákup, sum er eftir á lívi, og hann er her í dag.

Og so eri eg komin til um-mælið av bókini. Tað er skrivað í ondini hjá Óla Jákupi, so eg skal gera skjótt av!

Altíð og alla staðni hava tað verið tey, sum hava ve-rið roknað at vera øðrvísi enn hini. Soleiðis hevur tað eisini verið her heima hjá okkum. Hvussu origi-nalarnir hava verið sæddir og vigaðir valdast tey, sum mettu um.

Tá ið hann framvegis var í góðum árum, vóru nakrir dagar á hospitalinum stór uppliving fyri verfaðir, Júst í Túni, tí har lá hann á stovu saman við Jørgeni Olsen úr Vági.

Felags fyri teir báðar var, at teir høvdu ógvuliga stóran alsk til náttúruna, at teimum dámdi so væl at eygleiða lívið í øllum sínum margfeldi, og at teir høvdu stóran hug, vilja og tráðan eftir at skilja náttúruna be-tri. Júst var bergtikin av tí, sum Jørgen segði honum og kendi seg uppmuntraðan og upplýstan av at hava ligið á hospitalinum saman við hesum í hansara eygum úr-mælingi.

Nakað seinni hitti Júst ein, sum hann roknaði við kendi Jørgen væl. Hann greiddi honum frá um, hvussu fantastiska áhu-gavert tað hevði verið at hitta Jørgen. Honum kom dátt við, og hann kendi tað órímuligt, tá ið hesin sva-raði, at hann kendi hesa

UmmæIi av bókini Úrmælingur í 20. øld

Ummæli av bókini Úrmælingur í 20. øld, sum Líggjas í Bø hevurskrivað um Óla Jákup Jacobsen ella Óla Jákup millum Garðarnar,sum hann varð nevndur.

Jóhannes Hansen saman við konuni Sannu.

Page 15: Nordlysid nr. 18 2013

15NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013

ónyttuna, sum tað mesta av sínum lívi hevði gingið niðri á sandinum við einum spaða í hondini!

So ymiskt mundi tað eisi-ni vera við skoðsmálinum, sum Óla Jákup Jacobsen, Óla Jákup millum Garðar-nar, sáli, fekk. Hann var alla sína tíð upptikin av, hvussu hann kundi men-na arbeiðsgongdir og ar-beiðsumstøður og harvið av tøknfrøðiligum fram-brotum, sum kundu betra um livikorini hjá samtíðini og eftirtíðini.

Hann hevði eisini eyga fyri vinnum og tænastum, sum áður ikki høvdu verið roknaðar fyri arbeiði, og tí vóru tað tey, sum ristu við høvdinum, inntil tað so vísti seg, at hetta var fongur, og tað kom fyri, at onnur fóru undir somu vinnuna og har-við vóru við til at taka fyrit-reytirnar undan tí, sum Óla Jákup hevði íbirt.

Innovatión og íverks-etan vóru ókend hugtøk her á leið, tá ið Óla Jákup var uppi á døgum. Hjá ho-num var tað sum hjá øðrum íverksetarum og íbirtarum. Ætlanirnar rumstreraðu

støðugt í knokkinum. Granskingina og royndir-nar bar tað bara til at gera um kvøldarnar og í frítíði-ni, sum var millum lítil og eingin. Viðhvørt spurdist einki burturúr, og tá ið hann sjálvur noyddist at bera útreiðslurnar, so sigur tað seg sjálvt, at fíggjar-ligu korini ongantíð vóru rúmsátt, men altíð trong.

Nú hevur Líggjas í Bø gi-við bók út um Óla Jákup millum Garðarnar (1890-1971) í Klaksvík. Heitið á bókini er Úrmælingur í 20. øld. Kanska eru tað tey, sum stúrsa við og spyrja, um Óla Jákup var ein úr-mælingur, og um hann ikki heldur var ein lokalur origi-nalur, ið sum ein annar Ge-org Gearløs og í vánaligum fíggjarligum korum stríd-dist og dyrgdi eftir loysnini upp á stóru avbjóðingina í útróðrarsamfelagnum, sum var at finna fram til, hvussu tað kundi sleppast undan at egna upp á gamla mátan.

Tað eru meiri enn fjø-ruti ár runnin, síðani Óla Jákup eftir virkið og ikki altíð lætt lív legði árarnar

inn. Tey eru farin at fæk-kast, sum minnast mannin, og hóast søgurnar um hann framvegis liva í eldra ættar-liðnum,og hann í mest sum øllum Rukkulakkunum var ein av høvuðsleikarunum, so kámast innlitið og vita-nin um stóra fyritakssemið hjá Óla Jákupi.

220 síður stóra bókin við áhugaverdum og relevan-tum myndum, tekningum og kortum er verdugur og gjøgnumførdur minnis-varði um merkismannin ella úrmælingin, sum Líg-gjas heldur, at Óla Jákup var.

Søgan hevur altíð verið skrivað av teimum stóru og ráðandi, og harvið verður fortíðin fyri tað mesta skilt í ljósinum av umstøðunum og korunum soleiðis, sum tey vórðu sædd og skilt av teimum. Líggjas sigur, at tað kann vera áhugavert at lesa og hoyra um tey, sum eru borin til aðalsheiti ella heiður, sum stava frá fe-drann avrikum, og so leg-gur hann aftrat:

Her er talan um mann úr tí stóru navnleysu fjøld, sum varð borin til fátæk-radømi og smá kor.

Óla Jákup ruddaði sær sjálvur rás og slóðaði fyri, og at enda varð hann sligin til riddara av Klakksvíkar Útróðrar- og Veiðifelag. Tað er størsti heiður, sum kann vera manni fyri um okkara leiðir. Her er talan um sannan aðal, staðfestir høvundurin í fororðunum.

Harvið er tónin sligin ann.

Skrivligu keldurnar eru nógvar at oysa av, tá ið tað ræður um søgu í Norðoyg-gjum og Klaksvík. Eitt nú hjá Roberti og Símuni og nýggju Klaksvíkar søgu.

Bókin um Óla Jákup er mið til vitan og fatan frá alternativum sjónarmiði og frá einari rúgvu av munn-ligum keldum, sum ikki hava verið at sæð í øðrum bókum og ritum.

Pennurin er lættur, stílu-rin originalur, og søgurnar nógvar – bæði skemtiligar

og álvarssamar. Hvussu var tað at vaksa upp mil-lum Garðarnar og at vera útróðrarmaður og skips-maður. Hvussu var tað hjá klaksvíkingi at búgva í eini fimtan ár úti í Svínoy, har lívsfyritreytirnar tá vórðu hildnar at vera serli-ga góðar, tí tað var tvírøtt og stutt at rógva á útróðr-armiðini. Og hvussu gekk tað fyri seg, tá ið Óla Jákup fekst við lýsibræðing á Grótrætt og hevði grót-brot á Bumshamri og á Grótrætt. Líggjas lýsir het-ta, og hann greiðir frá um ferjumannin, bussføraran og arbeiðsformannin hjá Jóan Jakku, sum úttonkti og ítøkiliggjørdi frambrot í fiskaturkingini.

Óla Jákup var kommu-nalpolitikari í fimmtiáru-num, tá ið bygdin vaks meiri enn nakrantíð fyri og síðani. Hann var í lykla-støðu í útstykkingum, og tá ið vegirnir vórðu stoyptir, og hann var mitt í meldri-num undir læknastríðnum.

Egningarmaskinan eigur

sum rímuligt er góða rúmd í bókini. Niðurstøðan hjá Líggjasi er henda:

Menningin av egningar-maskinuni kostaði nógv og gjørdi, at hann kom í stóra skuld. Maskinan virkaði, og alstórur áhugi var fyri henni í Føroyum og up-paftur størri í útlandinum. Hevði hann livað eini tvey ár afturat, kann væl hug-sast, at tað hevði endað øðrvísi. Men soleiðis skuldi ikki verða.

Við bókini Úrmælingur í 20. øld hevur Líggjas í Bø lýst fjølbroytta lívið hjá Óla Jákupi millum Garðarnar og syrgt fyri, at minnið um henda originalin verður varðveitt. Líggjas sigur seg vóna, at bókin fer at eggja teimum yngru til dirvi og at stremba hægri enn til ei-nans at njóta vælferðarsam-felagsins høgligu fruktir.

Henda bókin stuðlar væl upp undir hesa vónina!

Líggjas í Bø saman við konuni Hansinu.

Page 16: Nordlysid nr. 18 2013

16 NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013

Umleggingin til at brúka filamentlínu hevur rigga væl, sigur John Kári Jacobsen, skipari á Polarstjørnini, tó hava vit havt ymiskar tekniskar trulleikar á hesum fyrsta túrinum.

Page 17: Nordlysid nr. 18 2013

17NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013

Á heimaru kei lógu mik-udagin, Polarstjørnan við stýriborðssíðu at og Pison við bakborðsíðuni at, bæði skipini heimanfyri stóru-kai.

Orsøkin til hetta var, at Pison hevði keypt línuna sum var á stokkunum um-borð á Polarstjørnuni, og týsdagin og mikudagin drógu teir á Pison línuna av stokkunum á Polarstjørnu-ni á stokkarnar á Pison.

Ov lítið at fáaJohn Kári Jacobsen, skipa-ri á Polarstjørnuni sigur, at fyrsta túrin hjá Polarstjør-nuni, sum í veruleikanum var ein royndartúrur við

nýggju línuútgerðini, eyd-naðist nøktandi tekniskt, hóast vit fingu ov lítið.

Tá soleiðis er, at man skal hava nýggj annarleiðis am-boð at virka, so krevur tað sítt. Hendan túrin fingu vit tó heilt aðrar trupulleikar, tí vit fingu trupulleikar við gearinum, og kundu tí ikki arbeiða sum vit vildu.

Línan riggaði vælTó, at seta og draga gekk væl. Men vit fara at broyta móttøkuna av teymunum tá drigið verður, sum tú fyrr hevur sæð, so draga vit teymarnar upp í kur-var, tað hevur víst seg at vera lættari sagt enn gjørt,

tí teymarnir eru so langir, at tá kurvarnar eru kom-nar aftur til setingar, hava teymarnir hug at fløkjast í kurvunum, tí hava vit sett trumlur í ordra, soleiðis at hann, sum stendur við rul-luna bara kann hefta húkar-nar uppá, so spolar trumlan sjálv teymin inn.

Fara at justeraEisini skulu vit gera nakrar broytingar á dekkinum, men tað verður ikki gjørt nú við tað sama, tí vit ætla aftur á ein ”venjingartúr” í kvøld, og fara at royna um vit ikki finna fisk onkustað-ni hóast útlitini ikki eru av teim bestu.

Polarstjørnan avreiddi umleið 8000 pund fyrstat túrin við nýggju sponglínu-ni, harav um 3000 pund var kalvi.

Róðrið ger skipið framúr til línuAnnars er John Kári Ja-cobsen sera væl nøgdur við Polarstjørnuna sum sjóskip. Eg havi altíð hoyrt at skipið skuldi vera framúr gott sjó-skip, og tað má eg sanna ef-tir mín fyrstat úr við hesum skipinum. Tað er ótrúligt sum tað ber seg væl í sjó-num.

Róðrið er eisini ein søga fyri seg. Hetta nýggja róðrið, sum Polarstjørnan

er einasta skip í heiminum, ið hevur roynt, riggar heilt ótróliga væl. At stýra línu-na upp við hesum róðrinum er eitt spæl. Róðrið riggar so væl, at tú kennir tað eins og tú hevði eina bógskrúvu, sigur John Kári Jacobsen at enda.

Nógvir fyrimunirNú hevur verið sera lítið at fingið hjá skipunum og eisi-ni hjá Polarstjørnuni fyrsta royndartúrin, men ongin ivi er um, at nógvir fyrimunir eru við nýggju sponglínuni.

Tað er longri ímillum teymarnar enn við tradi-tionellu línuni og hartil eru teymarnir nógv longri.

Hetta ger eitt nú, at tá teir royna á Lúsabankanum, so fær kalvin ella fiskurin, ið kemur á línuna ikki so skjótt etin upp av lús, tí fis-kurin hevur møguleikar at sveima ímeðan hann er á línuni.

Fiskur, ið kemur, sum fæst á línuni, men sum ongan prís hevur, verður brúktur til agn . Eisini verður egnt við hond, so agnnýtslan verður munin minni enn við eitt nú van-ligari línu og egningarma-skinu.

Umleggingin til at brúka filamentlínu hevur rigga væl, sigur John Kári Jacobsen, skipari á Polarstjørnini, tó hava vit havt ymiskar tekniskar trulleikar á hesum fyrsta túrinum.

Page 18: Nordlysid nr. 18 2013

18 NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013

L E I Ð A R I N

Ein partur av skipaflota-num, ið liggur við kaj í løtuni leggur um til aðra veiður. Ein teirra er Kalla-nes, sum inntil nú hevur róð út undir Føroyum.

Vit hittu teir á kajuni ímorgun, Eyðólv, Árna, Jógvan og aðrar, og teir rokaðust umborð. Deksút-gerðin varð tikin í land, messan og lugarið vóru

ruddað og menn vaskaðu skrubbaðu og spulaðu.

Eyðólvur Vang, skipari og eigari segði, at Kallanes fór nú at leggja um til snel-lu. Vit hava eina kvotu un-dir Íslandi, og ætlanin er at fara á hesa eftir hesi kvotu-ni hjá okkum tá Norðoya-stevnan er av.

Í løtuni liggja vit og gera klárt. Línan er avegnd og

farin í land, skipið skal pussast upp og síðani skulu snellurnar setast í.

Árið í fjørð var framúrEg haldi at eg kann siga, at árið í fjørð er nógv tað be-sta árið hjá Kallanesi undir Íslandi nakrantíð.

Veðrið royndist avbe-ra væl, vit fingu fýra sera góðar túrar, tann besti var

upp á 64.000 pund, ímeðan lakasti túrurin var uppá 54.000 pund.

Vit fóru fyrsta túrin í fjørð 7. Juni, og 27. Juli avreiddu vit seinasta túrin. Vit vera 5 mans við túrar-nar undir íslandi, og tað er sama tal av manning sum vit rógva út við undir Føroyum, sigur Eyðólvur Vang, skipari at enda.

K all aneS Til ÍSl andS Í næSTum

Nógv skip eru á Klaksvík íløtuni, nøkur bíða eftir makrelinum, ímeðan onnur hava trupulleikar við manning, uppaftur onnur eru løgd með alla, og so eru tað tey, ið eru heima millum túrar.

Í blaðnum ídag er grein um blaðstjóran á Norðlýsinum, tá hann varð tikin fyri at hava koyrt bil og samstundis tosað í faretelefon.

Blaðstjórin er nú formliga ákærdur, hevur fingið 20 dagar at gjalda bótina í, men um bótin ikki verður goldin til tað tíð, so hóttir politiið við at senda sakina til rættin. Bótin verður ikki goldin, tí blaðstjórin vil vera reinsaður fyri at vera ákærdur av órøttum.

Onki er at ivast í, at politiið eigur at broyta man-nagongd tá tey eru úti í eftirlitsørindum orsakað av at vit onnur ikki halda lógina og tosa í fartele-fon ímeðan vit koyra.

Í mínum føri undrar tað, at politiið torir at møta í Føroya Rætti við so óalítandi pástandum. Tað hevði verið langt frá mær at mótmælt, um eg í veruleikanum hevði tosað í telefonini. Men veruleikin var bara, at eg hevði ongan møgule-ika at tosa í fartelefonini, sum lá í bilinum, tí hen-dan stóð í bluetooth sambandi við bilin, og tey sum hava slíka útgerð vita hussu hetta virkar.

Tað, sum undrar meg mest í hesum førum, er hátturin, sum politiið brúkti við eftirlitinum. Veðrið var vánaligt hendan dagin, og tá veit ein og hvør, at ilt er at síggja inn í ein bil við reg-nugtum rútum, eisini tí at bilrútarnir eru eitt sin-dir tónaðir.

Ivaleyst vóru einir 5-10 metrar ímillum meg í vinstru síði í bili mínum og polistin, sum stóð høgrumegin undir einum húsahorni og krokaði. Politiiurin, sum stóð einar 50 til100 metrar longri frammi við Fjósabrekku, og sum steðgaði mær, kann so absolutt onga telefon hava sæð í tí fjar-støðu til ástaðið sum hon stóð.

Tí skal politiið helst í rættin við ongum øðrum prógvi um at et havi tosað í telefon, uttan við pástandinum hjá einum politisti, um at hann he-vur sæð at eg hevði eina telefon í hondini.

Politiskurin skal hava rætt í tí at eg hevði hondi-na upp fyri oyrað, men at eg tosað í telefon, tað er pástandur tikin úr leysum lofti.

Eg giti bara, at mangur annar hevði bara goldið tær 500 krónurnar fyri at fáa frið, tí tað er ikki ókeypis hjá okkum at fara til Havnar í rættin. Helst fara vit í egnum bili, men helst fáa vit bara aftur tað, sum tað hevði kosta við bussinum. Helst enda vit at eta eitthvørt og kanska hava makan við og missa ein arbeiðisdag, so tað er dýrt at fara til Havnar at forsvara 500 krónur.

Enn havi eg ikki brúkt nógvan pening uppá tað, men longu nú havi eg brúkt tíð og orku uppá at útvega mær ein sakførara, umframt at ein verður órógvaður av at vera skuldsettur.

Politiið má eftir hesa hending broyta man-nagongd. Tað ber ikki til at ákæra fólk úr leysum lofti bara tí mannagongdin við kanningini er so lorkaliga fyriskipað at slíkt kann koma fyri.

Áhugavert verður at fylgja sakini.

B r o y t i ð m a n n a g o n g d i n a

Page 19: Nordlysid nr. 18 2013

19NR. 18 HÓSDAGIN 16. MAI 2013

Vit eru sera væl nøgdir við North Atlantis Fish Fair 2013 sum eydnaðist sera væl. Umstøðurnar at hal-da slíkar stevnir eru sera góðar í Klaksvík hóast tað

var ein avbjóðing at hýsa útlendsku framsínarunum.

Vit høvdu um 5000 vitja-nir teir tríggjar dagarnar messan var í Klaksvík. 158 framsýnarar vóru á 67 bá-

sum 70 føroyskar og 88 út-lendskar fyritøkur vóru við á messuni.

Fyrireikingarnar til NAFF 2015 eru longu far-nar í gongd og hoast vit ikki

hava ásett dato, so verður tað um mánaðarskifti apríl – mai.

Vit hava havt eina ef-tirmeting har vit m.a. hava sent spurnarbløð til

framsýnarar og afturmel-dingarnar eru sera góðar har framsýnarar m.a. vóru sera væl nøgdir við dygdi-na av teimum vitjandi sum vitjaðu á básunum.

Størsti parturin av framsýnarunum siga seg koma aftur á messu í 2015 og longu nú hava vit skrá-sett fyritøkur sum hava bílagt pláss.

á North Atlantic Fish Fair 20135000 viTjanir

Stjórin í NAFF, Áki í Skemmuni vitjaði aftur í Klaksvík í vikuni júst afturkomin á ferð har hann m.a. vitjaði fiskarrímessurnar í Aberde-en og Bruxell har hann staðfesti at áhugi er millum útlendskar fyritøkur fyri NAFF 2015 í Klaksvík

Page 20: Nordlysid nr. 18 2013

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

amr.fo