20
9 772245 065007 NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013 / 62. ÁRGANGUR / KR 30,00 Síða 13 RODRIGO VIL SLEPPA TIL KÍ Fyrrverandi KÍ álopsleikarin sigur við Norðlýsið, at hann hevur stóran áhuga at koma aftur til KÍ. Kál datt oman í Manni “Maður” er ein drangur, sum stendur eysturi við eggina á Viðareiði, einar 200 metrar norður úr Eiðsvík. Í neðra er hann fastur við land, men ein gjóta er ímillum landið og drangin nakað langt niður. Síða 4-7

Nordlysid nr 24 2013

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 24 Hósdagin 27. juni 2013

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 24 2013

9772245065007

NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013/ 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

S í ð a13

RODRIGO VIL SLEPPA TIL KÍ

Fyrrverandi KÍ álopsleikarin sigur við Norðlýsið, at hann hevur stóran áhuga at koma aftur til KÍ.

Kál datt oman í Manni“Maður” er ein drangur, sum stendur eysturi viðeggina á Viðareiði, einar 200 metrar norður úrEiðsvík. Í neðra er hann fastur við land, men eingjóta er ímillum landið og drangin nakaðlangt niður.

S í ð a4 -7

Page 2: Nordlysid nr 24 2013

2 NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013

Gamalt/NýttVit hava fingið nýggja vøru úr Danmark.

Ímillum annað sofaborð, sofur, stólar, hornaskáp, spísiborð, elektronisk orgulog eisini ymiskir silvurlutir.

Vælkomin í Gamalt/nýtt

Mánadagin 8. Juli verður Norðlýsið borið í hvørt hús í landinum har evni í blað-num verður Klaksvíkar Sjúkrahús. Lýsingar og an-nað tilfar skal verða okkum í hendi í seinasta lagið fríg-gjadagin 5. Juli.

Lýsingaprísir:1/1 síða kr. 7.000,-½ síða kr. 4.000,-¼ síða kr. 2.000,-

Í 1898 varð fyrsta sjúkrahú-sið bygt í Klaksvík.

Sjúkrahúsið skuldi serliga hýsa sjúklingum, ið vórðu

komnir av útoyggj og sjúklingum, ið vóru ov vánaligar til at vera heima við hús. Eystari/norðari parturin av Eysturoynni tók lógvatak saman við Norðoyingum og innsavnan av peningi fór ígongd

mitt í 1890’unum.Tá sjúkrahúsið byrjaði sítt virksemi á sumri í 1898 vóru allar rokningar longu goldnar og peningur eftir á kistubotninum til at keypa

tilfar og mat, ið skuldi nýtast á sjúkrahúsinum.

Nýggjasti parturin av sjúkrahúsinum er frá fyrst í 1960’unum við tilbygningi í 1988. Fyrst í 1980’unum varð Norðoya Røktarheim tikið í nýtslu.

Norðlýsið ferð at lýsa tað arbeiðið sum í dag verður gjørt á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og spyrja hvør framtíðarleikluturin hjá sjúkrahúsinum er í sam-felagnum í dag.

115 ár síðan Klaksvíkar Sjúkrahús varð bygt

Page 3: Nordlysid nr 24 2013

3NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013

Eri samd, at dupult- ella trippel funktiónirnar ikki kunnu halda fram. Bæði av fíggjarligum orsøkum og ikki minst, tá vit hugsa um rutinuna hjá serlæknu-num í Føroyum. Vit eru bert umleið 48000 íbúgvar og bara ein lítil partur av hesum hava tíbetur tørv á serfrøðini.

Tá vit tosa um rutinu hjá læknum, kann eg nevna, at í Danmark skal ein serlækni helst luttaka í 50 skurðvið-gerðum árliga av hvørjum slag innanfyri sítt egna se-røki. Hetta ger seg í hvussu er galdandi innanfyri tær mest vanligu viðgerðirnar. Hetta er tó ikki nakað krav fyri at kunna virka sum ser-lækni, men er ein kvalitet-sindikator.

Nýggir møguleikarTað verður ofta sagt, at nú vegakervið er so væl út-bygt, eiga vit at síggja nýg-gjar møguleikar. Hesum eri eg so púra samd í, og hvat við at síggja møguleikar í at koyra sjúklingar á Klaks-víkar Sjúkrahús. Hagtøl vísa eisini, at tað tíbetur er gingið upp fyri nóg-vum, at tað er gott at koma á Klaksvíkar Sjúkrahús. Upptøkuøkið hjá Klaks-

víkar Sjúkrahúsi er voksið og alsamt fleiri uttanfyri Norðoyggjar leita sær heil-subót á sjúkrahúsinum her. Klaksvíkar Sjúkrahús er tí ikki bert eitt lokalsjúkrahús fyri Norðoyggjar.

Danmark er kanska stør-sta fyrimyndin hjá nóg-vum føroyingum og bara í Keypmannahavn eru fleiri sjúkrahús. Onku-staðni er bert 10 min koy-ring ímillum hesi. Hetta eru sjúkrahús við ymsum sergreinum.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur í fleiri áratíggir sæð møguleikar í globalise-ringini. Serlæknar á altjóða støði aðrastaðni frá innan ymsar sergreinar koma hendavegin. Hetta virkar avbera væl og er til stórt gagn og stóra gleði fyri al-lar føroyingar.

Samanborið við hini sjúkrahúsini er ikki nóg-vur peningur játtaður til Klaksvíkar sjúkrahús seinastu árini. Suðuroyar Sjúkrahús er nýtt og stórar útbyggingar eru gjørdar á Landssjúkrahúsinum og har verður framhaldandi út-bygt. 15 mió blivu játtaðar til Klaksvíkar sjúkrahús og har verður nógv sett inn fyri at fáa sum frægast bur-

tur úr. Sjúkrahúsið hevur verið forsømt í fleiri ár og 15 mill røkka bara til tað mest akutta.

Nógv virksemi á Klaksvíkar SjúkrahúsiHer verða gjørdar ortopædi-skar operatiónir, ryggope-rationir , ymiskar hond-operatiónir , æðraknútar, brokk, kikarakanning av liðum, ymiskar primerar/sekunderar mjadnaope-ratiónir og knæútskiftan, barnaortopædi, kikarakan-ning í maga og tarmum, ki-karaoperatión gall. Eisini koma sjúklingar í kirurgi-ska ambulatorii til kan-ningar, áðrenn og eftir kan-nan, sárskift o.a. Her verða eisini smærri operatiónir í lokaldoyving gjørdar. Um-framt at skaðastovan tekur ímóti og kannar og viðgerð fólk, sum eru skadd.

Skaðastovan hevur opið alt døgnið.

Á sjúkhúsinum eru 3 fastir læknar, sum hava sergrein í ortopædi, kirur-gi(búk) og medicin.

Sjúkrahúsið hevur 2 songjardeildir, ein við 24 plássum til ortopædi, kir, urologi, alm.kir.- eindags-kir.- sáramb., ryggamb. Medicinska deild hevur 12

pláss til almen medicin, uppafturvenjing , med. re-gulering.- diabetes amb, lungnaamb, med. amb.

Báðar deildir taka ímóti akuttum sjúklingum alt døgnið.

Havi hug at spyrja, hvar allir hesir sjúklingar skulu fara, um Klaks-víkar Sjúkrahús ikki var ? Landssjúkrahúsið er fram-manundan yvirfylt og vit hava hoyrt um at sjúklingar liggja úti á gongini har. Um Klaksvíkar Sjúkrahús skal niðurleggjast, so skal landssjúkrahúsið útbyg-gjast fyri 100 tals milliónir og meir centraliserast . Ikki vænti eg tað verður nøkur sólskinsssøga. Samstundis lesa vit um toppkarakter til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Tað kundi kanska verið áhugavert at definera, hvat fólk meina við, tá tey siga, at allar dupultfunktiónir skuldu niðurleggjast. Er tað t.d. meiningin, at la-boratoriið og røntgen á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skal niðurleggjast. Um tað verður gjørt, so verða sjúklingar noyddir at bíða rættuliga leingi inntil ka-pacitetur er til hetta á Landssjúkrahúsinum. Ella er tað kanska meiningin at

Landssjúkrhúsið skal upp-normerast ?

Bíðitíðin á Lands-sjúkrahúsinum til áraknútar, brokk og kika-rakanningar kann somule-iðis vera rættuliga long.

Klaksvíkar Sjúkrahús ger júst tað rættaTað starvast uml. 40 serlæk-nar á Landssjúkrahúsinum. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi starvast 3 serlæknar. Af-trat hesum trimum koma so skiftandi konsulentar frá viðurkendum sjúkrahúsum aðrastaðni frá. Hesir gera somu skurðviðgerðir fleiri ferðir um vikuna og hava soleiðis longu eina stóra ru-tinu, tá teir koma her.

Um vit skulu hava sjúklingin í fokus, so er hetta rætti vegurin at gan-ga. Starvsfólkið er eisini út-búgvið/eftirútbúgvið til júst hesar seruppgávur.

Tá alt kemur til alt, so ger Klaksvíkar Sjúkrahús júst tað rætta.

Øll vilja sjálvandi hava bestu læknar og bestu við-gerð, og meti eg at Klaks-víkar Sjúkrahús júst hevur hetta sum endamál. Hetta síggja vit eisini av hag-tølum sum Norðlýsið var úti við. Tað koma fleiri og

fleiri sjúklingar aðrastaðni frá í Føroyum til viðgerð á KS.

Sjúklinganøgdsemiskan-ningin gav Klaksvíkar Sjúkrahúsi gott skoðsmál.

Við í globaliseringinaKlaksvíkar Sjúkrahús eigur at fara enn longur og fáa sjúklingar úr øðrum lon-dum hendanvegin til heil-subót, tí her arbeiða viður-kendir serlæknar á altjóða høgum støði.

Melda útFyri at venda aftur til du-pultfunktiónir, so er tað ongantíð ov skjótt, at landsstýrismaðurin í Heil-sumálum meldar út. Hvat virksemi skal verða á hvør-jum sjúkrahúsi ? tað er óto-landi fyri allar partar at liva í óvissuni, og ikki minst hjá starvsfólkunum. Hesi hava krav uppá at vita, hvar tey skulu arbeiða ella ikki ar-beiða í framtíðini.

Sjúklingurin í fokusSagt verður, at sjúklingurin skal í fokus, og sjálv ken-ni eg ikki til annað enn at sjúklingurin er í fokus, tá vit tosa um Klaksvíkar Sjúkrahús.

Eru dupultfunktiónirnar bert í útjaðaranum?

Hví verður altíð hugsa um smáu sjúkrahúsini, tá ið tosað verður um dupultfunktiónir ? Hvat við at venda kanónini og hyggja nærri eftir Landssjúkrahúsinum, tá tosað verður um dupultfunktiónir á sjúkrahúsunum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Page 4: Nordlysid nr 24 2013

4 NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013

Hendingar í bjørgunumÍ bók síni um Viðareiði skrivar Símun J. Hansen undir heit-inum “Úr bjargasøguni”:“Onki man hava tikið føroyingar so um hjarta sum bjar-gasøgur: tær eru meira spennandi, meira hættisligar enn vandaferðir á sjógv, meira harðrendar og náðileysar; tær krevja meira av tí einstaka; hann skal vera sinniligur og hava góð likamsevni; tí eingin spælir so vágiliga við lívið sum bjargamaðurin – og tað meðan hann sjálvur stendur

og hyggur ein ómildan og náðileysan deyða inn í eyguni í eini grøv millum urðargrót ella aldur langt, langt niðri un-dir sær.”Tey ríkastu fuglabjørgini í Føroyum vóru við norðurendan á Viðoynni; nógv av teimum eru torfør at søkja, og tey kravdu mong offur gjøgnum tíðirnar. Ongastaðni varð so nógvur fuglur veiddur sum á Viðareiði, og hendan veiða gjørdi sítt til, at Viðareiði var høvuðsbygdin í Norðoyg-gjum.Tað hevur ongantíð verið rúmsátt hjá monnum at lívbjar-ga sær í hesum landi. Tað var neyðugt at troyta alt tilfeingi, sum her var. Eisini at søkja bjørgini. Hetta var so stravið

sum nakað og setti størri krøv til einstaklingin enn nakað annað arbeiði. Tað var ofta sum á knívsegg ímillum lív og deyð hjá hesum fimu listamonnum. Mangar eru frásagnirnar um ósigiliga spennandi kappa-brøgd, sum eydnaðust stundum og stundum ikki. Í æt-tarliði eftir ættarlið vakti hetta bragdarhugin hjá ungum dreingjum. Satt er orðatakið “Ungur nemur, gamalur fre-mur”: tann, sum skuldi gerast fulltikin fleygamaður ella bjargamaður yvirhøvur, skuldi byrja sum piltur at fleyga lundabein í túninum og sum smádrongur at nýta hvørt høvi til at klintrast við skili.

Maðurin, sæddur sunnan ífrá

Page 5: Nordlysid nr 24 2013

5NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013

Hendingin fór fram ólavs-økudag í 1932, Kál var tá 9 ára gamal. Tvs. fyri 81 árum síðani, og tað sjáld-sama er, at drongurin, sum datt oman, livir enn og kann sjálvur greiða frá til-burðinum.

Fulla navn hansara er Mikal Kyrjarheygg, men hann verður vanliga róp-tur Kál. Hann varð føddur á Viðareiði í 1923 og vaks upp har. Nú býr hann úti á Bumshamri í Klakksvík.

Tá í tíðini var alt tað stóra Viðareiðið spælipláss hjá børnunum. Tað var ofta, at tey fóru út um morgunin; tey vórðu signað og fingu øll góðynskir við sær, og foreldrini vistu so einki meira um tey, fyrr enn tey komu móð og troytt til hú-sar heim um kvøldið.

Tá var ikki sum nú, at hvørt barn gongur við te-lefon í lummanum! Nei, eingin møguleiki var fyri at vita, hvar ið børnini spældu. Tey vóru í ánni, í haganum, í Eiðsvík ella hvar tað nú kundi vera.

Teir eldru menninir fleygaðu ofta havhest eysturi við eggina, og smádreingirnir fóru aftaná at eygleiða teir. Teir kimi-ligu menninir, sum óma-kaleyst pilkaðu fuglarnar niður úr luftini, vóru fyri-

myndirnar og stóru hetjur-nar hjá dreingjunum.

Hóast Kál einans var 9 ára gamal, so var hann longu vanur við bakkan og lívið har. Smádreingirnir høvdu ein ovurhonds hug til at klintrast, men Kál var tó í serflokki á hesum øki. Tað viðgongur hann í dag, men hann vil tó vera við, at ein annar drongur var up-paftur “verri” enn hann.

Hendan morgunin vóru Kál og bróður hansara, Si-gurd, og Kristjan hjá Elisa-beth saman. Hetta var sum sagt sjálvan ólavsøkudag í 1932. Kál var tann elsti av teimum trimum, og hann var 9 ára gamal.

Teir gjørdu av at fara út á “Mannin” at klintrast og at fara upp á toppin á Manni Maðurin er ein høgur og brattur drangur, fastur við land. Leysliga kann me-tast, at hann er einar 30-40 favnar høgur.

Sum tað sæst á hesum fotomyndunum er hesin drangurin rættiliga brat-tur. Frá vegnum inn í Da-lar sært tú inn á sunnaru síðu á Manni, og at glopp er ímillum land og ova-sta partin av dranginum. Hendan gjótan er einar 4-6 favnar høg á sunnara síðu-ni; á norðaru síðuni gongur

hon næstan niður ímóti sjóvarmálanum. Tað mer-kir, at botnurin í gjótuni er brattur niður norður eftir.

Tað er gott at ganga, frá Eiðsvík av, norður ef-tir bakkanum til tú sært í “høvdið” á Manni. Men tá tú nærkast gjótuni ímillum drangin og land, skalt tú sjálvandi ganga varliga.

Myndin (nr 3) er tikin niður yvir, og gjótan sæst týðili-ga. Gjótan er knappliga ein favn breið, har sum hon er smalast. Í veruleikanum er lendið inni á meginlandi-num ikki so slætt, sum tað sær út til at vera á hesari myndini (tí hon er tikin niður yvir).

Har sum smalast er, skal leypast tvørtur um fyri at koma út á Mannin. Og tá tú hevur fingið fótafesti har yviri, gongur leiðin norður um og upp á toppin tann ve-gin. Uppi á sjálvum toppi-num er ein lítil bøkkur, og har átti ofta ein kráka fyrr.

Tað skal havast í huga, at tá høvdu menn onga serliga útgerð – ongar kongar at festa í ella krókar at taka í við ...

Kál var tann elsti av te-imum trimum, og tað var hann, sum skipaði fyri. Hann hevði ofta verið úti

á Manni fyrr. Hinir báðir fylgisneytarnir høvdu ikki roynt hetta áður, og ætla-nin var ikki, at teir skuldu koma við út á drangin. Kál metir eisini, at teir høvdu ikki torað.

So var løtan komin. Kál leyp um gjótuna - men hvat hendi? Lopið miseydnaðist onkursvegna, og Kál datt niður í gjónna.

Seinni fóru menn at máta, hvussu høgt fallið var. Tað vísti seg, at fallið í leysari luft var umleið 6 favnar. 2 favnar longri niðri man hann hava steðgað á, tí har var nógv blóð at síggja.

Sum nevnt gongur bot-nurin í gjónni niður norður-eftir og endar nær við sjógv á norðursíðuni á Manni. Niðast er eitt helluskapilsi, har tað er ein til tveir me-trar niður á sjógvin. Heilt har niðri endaði Kál, og tað er rættiliga langt frá stað-num, har hann kom niður, helst einar 20-30 metrar.

Kál misti vitið, beint sum hann datt, og hann min-tist einki til sjálvt fallið: um hann gleið ella fekk yvirváð ella hvat ið hendi. Hann visti heldur einki um tað, sum eftirfylgjandi hen-di. Tað er rættiliga torført at skilja, hvussu hann kundi vera komin so langt oman.

Sigurð, bróður hansara, og Kristjan sóu Kál fara; teir hoyrdu einki meira frá honum og sóu ikki, hvar hann lá. Og teir fingu hel-dur einki gjørt. Teir fóru niðan aftur á bakkan og fóru so til hús at biðja um hjálp.

Men einaferð raknaði Kál eitt sindur við, og fekk fatan av, at hann lá á lítlu hellini niðri við sjógvin. Høvdið vendi niðaneftir. Tað gekk upp fyri honum, hvat ið hent var. Og hann hugsaði: “Eg má royna at sleppa upp á bakkan aftur ..”

So fór vitið aftur. Og tá ið hann aftur visti til sín, var hann komin upp á land aft-ur og hevði gingið eitt petti av teininum til hús. Hvussu hann var uppkomin, visti hann als einki um. Tann, sum veit, hvussu umstøður-nar har eru, vil siga, at har er als ikki gangandi!

Men upp var hann komin. Sjálvur metir hann, at tá ið tú ert í slíkum umstøðum, sum hann var í ta løtuna, tá kanst tú klára mikið meira, um vitið ikki er!

Kál dugur ikki at hugsa sær annað enn, at hann má vera komin upp ígjøgnum gjótuna, sjálvt um eisini tað – undir vanligum um-

støðum – hevði verið mett at vera ómøguligt.

Har stóð hann, blóðið dreiv av honum, og hann hevði ilt í kroppinum og høvdinum. Tá hann trilvaði við hondini, merkti hann, at tað var skrædnað oman á høvdinum.

Har var ikki annað fyri enn at royna at vinna upp hús, og hann fór til gongu aftur, hóast hann orkaði illa.

Tá ið hann nærkaðist húsunum hjá Lýðuri, eys-turi í Eiðsvík, var kona Lýðurs, Laura, fyri duru-num. Hon deildi Kál, at hann soleiðis skuldi seta hvøkk í alla bygdina, so at øll blivu bangin og fóru at leita eftir honum ...

Tann blóðuta síðan á Káli vendi frá Lauru, so hon hevði helst onga fatan av, hvussu hættislig støðan hjá honum var. Hann segði einki, men helt bara fram sína leið.

Løtu seinni sá hann sy-stur sína, Honnu, sum var á veg onkustaðni at lei-ta. Hann rópar á hana, og hon kemur so rennandi til hansara. Kál var tá so illa komin, at hann var um at hoykna.

Hanna var 16 ára gomul og stór og sterk. Hon tók beiggjan á bakið og bar

Kál datt oman í Manni“Maður” er ein drangur, sum stendur eysturi við eggina á Viðareiði, einar 200 metrar norður úr Eiðsvík. Í neðra er hann fastur við land, men ein gjóta er ímillum landið og drangin nakað langt niður.

Líggjas í Bø

”Høvdið” á Manni, sæð sunnan ífrá

Page 6: Nordlysid nr 24 2013

6 NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013

hann ímóti húsum. Men tá tey komu so langt, at húsi-ni hjá teimum komu undan, vildi Kál ikki berast longur av einum konufólki! Hann vildi sleppa at ganga tað seinasta strekkið.

Tað var dýrdar veður hendan dagin, og sólin ske-in. Mamman hevði tey sei-nastu árini verið vánalig; hon hevði fyri løtu síðani fingið ringastu boð, sum ein mamma kann fáa: “So-nur tín er omandottin.. “

Sanna Margretha (Samm-Magretha) var farin út um og hevði lagt seg á ein teig við húsini. Elsa hjá Jústa var komin ein túr yvir til hennara – har var nógv samskifti ímillum húsini. Elsa stóð uppi yvir Elsu Margrethu og prátaði við hana, og tað var sjálvandi um vanlukkuna, sum hend

var.Elsa rakar brádliga við,

at har kemur Kál í fylgi við systrini. Samm-Margretha lá soleiðis fyri, at hon vendi ryggin tann vegin, sum tey komu. Elsa sigur so: “Nú kemur Kál hendan vegin!” Samm-Margretha sigur: “Nei, tað man vera Sigurð..” Tað gekk ein góð løta til Samm-Margretha fekst at trúgva, at tað veruliga var Kál, sum nærkaðist.

Alt huglagið skifti til eitt ovurhonds takksemi og gleði. Tað var ein ógloy-mandi móttøka, Kál fekk.

Tær fóru sjálvandi at roy-na at vaska blóðið av ho-num og binda um høvdið og fáa hann í rein klæði, og so varð hann fingin í eina song at liggja.

Drongurin mátti sjálvan-di fáa okkurt at eta eisini,

og hvat var tað nú, sum honum dámdi best av øl-lum? Jú, tað var fuglahjør-tu! Hon átti fuglahjørtu, og

so varð farið at gera tað til til Kál. Tað var ikki mark fyri, hvat tær vildu gera fyri hann, nú hann var aftur í

aftur komin.Nógv vóru farin at leitað,

og teir høvdu eisini skotið bát í Eiðsvík og vóru far-

nir at leita við báti. Systur hansara, Rikka, var henda morgunin eysturi í Eiðsvík og roytti lunda; hon var ein av manningini á bátinum, sum var farin at leita.

Alt vanligt virksemi var sjálvandi avlýst, og alt snúði seg um at finna om-andotna drongin. Tað læt-naði fyri ondini hjá øllum í bygdini, tá tað spurdist, at Kál var komin aftur í aftur.

Men drongurin var so mi-kið illa farin, at hann mátti fáast undir læknahond sum skjótast. Postdagur var.

Hjallshurðin varð tikin av og borin fyri dyrnar. Tað bleiv reitt upp uppi á hjalls-hurðini og har bleiv so Kál lagdur. Á hesari børuni varð hann so fingin til post-bátin og til Klakksvíkar sama dag.

Á sjúkrahúsinum varð skrællið á høvdinum seyma saman. Hann slapp heim, tá hann hevði ligið har í eina viku.

So ótrúligt sum tað ljóðar, so hevði Kál einar 2 mánaðar frammanundan – tá hann var 8 ára gamalur – klintrað upp á toppin á Manni. Jákup Jóhannus hevði fortalt fyri pápanum – Juliusi – at hann hevði sæð Kál standa og dansa uppi á toppinum á Manni! Hann veipaði og kvøddi, segði maðurin.

Hann hevði sjálvandi hug at rópa, men hann tordi ikki at lata við seg koma, so bangin var hann um, at drongurin skuldi blíva kløkkur og detta ...

Mynd nr 3 er tikin niður yvir, og gjótan sæst týðiliga.

Maður og gjótan sædd norðanífrá

Her sæst beint niður í gjótuna,sum gongur niður í sjógv norðanfyri

Page 7: Nordlysid nr 24 2013

7NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013

Soleiðis sær tað út, tá tú nærkast

Bjargamaðurin til Mikal Kyrjarheygg á 90-áradegnum 2. Juli 2013

Bóndin á heimrustum trívist væl,tryggur er búfastur maður,fjálgar um vívið og ættartal;so dettur av degi dagur.

Men summir kundu ei binda frið,ei trivust við heimaból,stundaðu á okkurt hægri mið,sum mjørkin í erva fjól.

Hástórir tindar mót loftinum peika,-ætt eftir ætt fór framvið -hjá monnum fer eggjaður hugur at reikaog hómar tey háfloygdu mið.

Ein frumgivin tráan, sum íbirt av gandi,dráttur mót hæddum so vøkrum,longsul at taka tað moykenda landið,sum ikki er nomið av nøkrum.

Lokkaði bergið, sum fyrr eingin tók; sum fuglurin maður á brøttum,hann vann seg upp eftir mjáu rókog endaði uppi á sløttum!

Ódoyggjandi heiður tað djørvum gavmeðan minnið um hinar sveik. Men enn standa drangar og bjóða avog erta til bragdarleik!

Í huganum rørist ein ófriðarond,-ein andi frá upphavi førdur -enn eru skorar og ómomin lond hvørja moydómur ikki er rørdur!

Page 8: Nordlysid nr 24 2013

8 NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013

Page 9: Nordlysid nr 24 2013

9NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013

Page 10: Nordlysid nr 24 2013

10 NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013

Page 11: Nordlysid nr 24 2013

11NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013

KOM OG ARBEIÐ HJÁ JANUAROKKUM TØRVAR EVNARÍK UNG FÓLK VIÐ ÁRÆÐI. ERT TÚ ÁHUGAÐ(UR) Í SAMFELAGS VIÐUR SKIFT UM/BÚSKAPI, OG KUNDI TÚ HUGSAÐ TÆR AT ARBEITT Í TÍ PRIVATA VINNULÍVINUM, KUNNU VIT BJÓÐA TÆR EINA VERKLIGA OG ÁSTØÐILIGA ÚTBÚGVING, SUM TÚ IKKI FÆRT BETRI Á HESUM ØKI.

T Í N V A N G A M Y N D» Vit vænta, at tú hevur tikið ella tekur

students-, HF ella HH prógv í summar, og at tú ert áhugað(ur) í eini búskapar-ligari útbúgving.

» Tú var/er millum tey stinnastu í flokki-num hjá tær og hevur hug at sameina eina teoretiska útbúgving við eina prak ti ska útbúgving.

» Eisini heldur tú tað vera spennandi at sleppa at virka í vinnulívinum.

Vit bjóða tær eitt lærupláss, har tú í fyrstu syftu kanst lesa HD, samstundis sum tú vinnur pening. Vit geva tær møguleika fyri eini búskaparligari útbúgving, ið ikki fæst betri í Føroyum, og sum til fulnar er á sama støði, sum tað besta, ið verður bjóðað aðrastaðni.

Aftaná HD hevur tú fleiri møguleikar. Velur tú at lesa cand. merc. aud. ella

lík n andi sum fulltíðarlesandi í t.d. Danmark, Noregi ella aðrastaðni, kunnu vit kanska útvega tær arbeiði í lestrar-tíðini. Tú kanst eisini velja at lesa cand. merc. aud. sum sjálvlesandi, samstundis sum tú arbeiðir í Føroyum.

Eftir cand. merc. aud. er møguleiki at gerast statsautoriseraður og løggildur grann skoð ari. Hevur tú vilja, evni og rættan hugburð, stuðla vit tær so nógv sum gjørligt í at fullføra tað, sum tú setur tær fyri.

M E I R A A T V I T AStørvini skulu setast eftir summarfrí-tíðina (umleið 1. september 2013), men longu í juli mánaði kunnu vit gera eina setanar avtalu.

Ynskir tú aðrar upplýsingar, kanst tú ringja til okkara og seta teg í samband við Jógvan Amonsson ella Hans Laksá.

U M S Ó K NSkrivlig umsókn við prógvum og øðrum upp lýsing um skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. juni 2013.

P / F J A N U A RL Ø G G I L T G R A N N S K O Ð A N A R V I R K IH O Y V Í K S V E G U R 5P O S T B O X 3 0F O 1 1 0 T Ó R S H A V N

Starvslýsing //

Á virki okkara eru nógvir góðir leikarar. Men tað er fyrst og fremst gjøgnum samarbeiði, at vit hava skapt eitt sterkt lið. Nú hava vit pláss fyri nøkrum leikarum afturat, og vit sóknast tí eftir evnaríkum persónum við áræði, ambitiónum og hugi at vera við á einum liði, har nógv er at gera, og har arbeitt verður í einum góðum umhvørvi.

JANUAR er eitt grannskoðara- og ráð gevingar felag, sum er ein samanrenning av grann skoðanar fyritøkunum INPACT og NOTA, sum báðar hava meira enn 40 ár á baki. Umframt at gera lógarbundna grann skoðan veita vit ráð á ymsum økjum, t.d. viðvíkjandi roknskapi, bók-haldi, stovnan av virkjum, sølu/keyp/um skipan av virkjum, skattamálum v.m.

Lóggávan setur stór krøv til fakliga støðið hjá einum grannskoðara, men innanhýsis setur felag okkara enn størri krøv til persón ligu eginleikarnar hjá einum grann-skoðara. Hann skal m.a. veraábyrgdarfullur, álítandi, trú verdur og skilja týdningin av tagnar skyld uni. Fakliga støðið verður uppbygt gjøgnum teoretiska útbúgving og starvs venjing – sigast má tí beinanvegin, at neyð ugt er, at tú sjálv(ur) tekur eitt stórt tak.

Mál okkara er við fyrstafloks arbeiði at geva kundunum bestu tænastu. Tá arbeiðið eisini skal gerast so skjótt og effektivt sum til ber, kann arbeiðstíðin ikki altíð vera innanfyri ávísa klokkutíð. Hetta setur síni krøv til starvs fólkini, og arbeiðið kann tí viðhvørt vera hart, men eisini spennandi.

Søkt verður við hesum eftir rakstrarleiðara til IRF.

StarviðSum rakstrarleiðari hevur tú beinleiðis tilvísing til stjóran og verður eisini partur av leiðslutoyminum hjá IRF. Samstundis skalt tú vera við til framhaldandi at tryggja positivu gongdina hjá IRF saman við le-iðslu, deildarleiðarum og starvsfólkum annars. Fyrsta árið verður umhvørvisleiðsla, saman við stjóranum, eisini ein partur av arbeiðinum.

Títt yvirskipaða ábyrgdarøki verður, at:Hava rakstrarligu- og teknisku ábyrgdina av øllum rakstrarstøðum, bilum og bingjum hjá IRF.

Persónligir førleikar:• Tú virðir tað, at finna røttu loysnina grundað á nágreiniligar fyrireikingar, har alt upp- lýsingartilfar verður savnað og útgreinað• Tú hevur gott yvirlit og metir um einstøku støðuna út frá veruleikanum• Tú hevur góð samstarvsevnir og ert jaligur

• Tær dámar væl at síggja úrslit í mun til tey mál, sum verða sett• Tú ert ein persónur, sum regluliga eftirmetir úrslitini og hyggur at, um tingini kunnu gerast betri, einklari og skjótari.• Tú dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.

Yrkisligir førlekar:• Hægri tekniska ella millumtekniska út- búgving ella aðra líknandi útbúgving og royndir• Góðan teldukunnleika• Góðan kunnleika til rakstur og logistikk í nútíðar rakstrareindum• Leiðsluroyndir, kunnleiki til dygdarstýring, umhvørvi og viðgerð av burturkasti er ein fyrimunur

Setanar- og lønartreytirStarvið verður sett frá 1. september 2013 ella skjótast

til ber og lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag ella eftir nærri avtalu.

UmsóknUmsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:

IRFVíkarvegur 107520 Leirvík ella til t-post: [email protected]

Umsóknin skal vera IRF í hendi innan mánadagin 15. juli 2013.

IRF tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir, ella onga at taka.

Vilt tú hava fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Poul Andrias Joensen, stjóra, á tlf.: 414243.

Rakstrarleiðari til IRF

IRF er ein interkommunalur felagsskapur við 29 limakommunum. IRF tekur ímóti øllum ruski og burturkasti frá húsarhaldum, virkjum og stovnum í limakommununum. IRF rekur ymiskt virksemi kring oyggjarnar, og øll pláss skulu hava umhvørvis-góðkenning. IRF hevur umleið 20 serútgjørdar bilar til flutning av burturkasti og til at taka sær av rottangatøming og reinsing av spillivatnsleiðingum v.m.

Umleið 65 fólk eru í starvi hjá IRF.

Page 12: Nordlysid nr 24 2013

12 NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013

Um 15. umfar: Toppliðini hava øll truplar dystir hetta umfarið. At síggja til er tað bara B36, sum er greiður fa-vorittur. Tá hetta samstun-dis er seinasta umfar fyri summarsteðgin, so kann væntast, at øll liðini fara at leggja eyka nógv fyri, so at tey kunnu halda summarfrí við einum sigri. Tað kann gera, at vit koma at fáa na-krar sera undirhaldandi og málríkar dystir og kanska nøkur reyð kort eisini.

AB-NSÍ 1AB er umsíðir komið í gongd og hevur seinastu trý umførini fingið 7 stig, har teir m.a. hava vunnið tveir

sterkar sigrar á heimavøl-li. Tað, sum fyrr í ár gekk ímóti, virkar at ganga við nú innan fyri marginalarnar. Hjá NSÍ vísti B36 dysturin aftur, at liðið framvegis er ov óstøðugt og fær tí ikki stabilisera seg frammanfy-ri miðjuna í deildini. Fyrr í ár koppaði hesin dysturin til NSÍ í einum jøvnum dy-sti, har AB kanska leikliga var betri. Hesaferð væntar Norðlýsið, at tað koppar til AB.

B36-07Vestur 1B36 er í einum góðum stima í løtuni og kappast nú av ál-vara um fremstu plássini af-tanfyri HB. Árstalsfelagið

hevur tó havt ávísar trupul-leikar á heimavølli fyrr í ár móti á pappírinum veikari liðum. 07Vestur sær ikki út til at fáa vent síni keðiligu gongd og liggur nú aftast. Norðlýsið væntar ikki, at teir gera nakað í Gundadali, hóast ein javnleikur eisini kann koma uppá tal.

TB-EB/Streymur 2TB hevur í løtuni trup-ult við at skora mál. Bara eina ferð hava teir funnið net meskarnar seinastu trý umførini, har liðið heldur ikki hevur vunnið nakran dyst. Men við Stórá hevur aldursforsetin ikki tapt na-kran dyst í ár. Hinvegin eru

meistararnir væl koyrandi í løtuni, og eingin hevur enn megnað vunnið á teimum, síðani Egil á Bø kom aftur á liðið. Í fjør var EB/Streymur fyrsta liðið, ið vann móti TB við Stórá og tað fara teir væntandi eisini at vera í ár.

Víkingur-HB 2Víkingur er komið í ein aldudal, ið ongan enda ty-kist hava. Sjálv avrikini hesar báðar seinastu dy-stirnar hava ikki verið heilt av leið, men teir hava ikki fingið nakran sigur síðani 7. apríl í landskappingini. HB er framvegis trygt od-dalið og vann tryggan 3-0 sigur á Víkingi fyrr í ár. Tað

kann blíva ein javnari dy-stur enn stigatalvan sigur, og Víkingur hevur ongan heimadyst tapt í ár. HB vin-nur dystin, um teir raka ein hampuligan dag grundað á, at teir spæla við hægri sjálv-sáliti í løtuni og hava fleiri streingir at spæla uppá.

ÍF-KÍ XÍF er kanska einasta liðið í Effodeildini, ið sær út til at vera væl betri enn eg metti áðrenn kappingina. Gongdin seinastu tíðina er eisini góð og moralurin á liðinum tykist góður. Liðið er blivið kent fyri at koma aftur í dystum, har teir koma afturum. Hjá KÍ ber

lítið og einki til fyri tíðina, men avrikið við Margáir var gott fram til útvísingi-na í seinna hálvleiki. Hetta er ein dystur, har breiddin á liðunum báðum kemur til sjóndar, tí fleiri leikarar vera ikki tøkir. Bæði liðini mangla sín málverja, meðan fleiri leikarar hava skaðar at dragast við á báðum liðum. Vit hella mest til ein javn-leik í einum undirhaldandi og málríkum dysti hóast, at gongdin seinastu tíðina sigur, at ÍF vinnur.

Jákup Ósa

15. umfar: TOPPLIÐINI TRUPL AR DYSTIRTað kann væntast gott undirhald í seinasta leikumfarinum áðrenn summarsteðgin.

Page 13: Nordlysid nr 24 2013

13NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013

Rodrigo Silva leikti við KÍ í 2008. Tá skoraði hann 11 mál í 23 dystum og var ein eyðsýndur leikari í før-oysku kappingini. Tann nú 30 ára gamli álopsleikarin frá Brasilia leikti bara het-ta eina árið í Føroyum. KÍ kom illa fyri fíggjarliga um hetta mundi og misti av tí sama nógvar týðandi leika-rar til kappingarárið í 2009.

Vil sleppa afturÍ eina tíð hava søgur sett Rodrigo í sambandi við KÍ.

Tí vendi Norðlýsið sær til hansara og hann váttar, at stendur tað upp til hansara, so spælir hann aftur við KÍ.

- Eg eri sera áhugaður í at sleppa at spæla við KÍ aftur. Eg elski felagið, viðhalds-fólkini, býin í Klaksvík og fólkini har. Í løtuni spæli eg ikki við nøkrum liði. Men eg venji og haldi meg í venjing í einum liði í 2.de-ild í Sao Paulo, um so er, at onkur møguleiki skuldi komið, sigur Rodrigo Silva við Norðlýsið.

Betri leikari núTá vit spyrja, um hansara egnu metingar av, hvørs hann er ein betri ella verri leikari nú enn tá hann fór úr Føroyum í 2008, so svarar hann soleiðis.

- Eg eri ein nógv betri le-ikari nú. Eg havi fleiri royn-dir, men sama skjótleika og tekniska førleika, sigur Rodrigo Silva.

Einki avgjørtSum skilst er KÍ leiðslan og venjari kunnað um áhugan

hjá Rodrigo fyri at koma aftur. Men eingin avgerð er tikin, um Rodrigo mø-guliga verður partur av KÍ hópinum í seinnu hálvu. KÍ álopsparturin er væl mannaður og liðið hevur ein álopsleikara í Páll A. Klettskarð, ið skjýtur tey neyðugu málini, meðan ei-sini aðrir skjóta nógv mál. Tí kann tað vera, at man ikki metir tørvin vera so stóran, at hugt verður eftir útlendskum styrki. Hinve-gin kann tað eisini henda,

at liðið ætlar at satsa nógv uppá steypakappingina í royndini at koma í finaluna. Har kundi Rodrigo veri ein jokari at havt, men spur-ningurin er so aftur, hvussu hansara venjingarstøða er, nú 5 ár eru farin síðani, at hann var í Føroyum seinast.

RODRIGO VIL SLEPPA TIL KÍFyrrverandi KÍ álopsleikarin sigur við Norðlýsið, at hann hevur stóran áhuga at koma aftur til KÍ.

Jákup Ósa

Page 14: Nordlysid nr 24 2013

14 NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013

Nú stóru søguligu projektini, Vágatunnilin og Norðoyatunnilin endiliga eru um at vera aftur-goldin, hoyrast alt fleiri og fleiri politiskar rød-dir úr høvuðsstaðnum, ið hava í hyggju, at gera bumgjøldini í undirsjóvartunlunum báðum til permanenta skattabyrðu hjá fólkunum uttanfyri høvuðsstaðin.

Tað verður ikki uttan svørðslag at bumgjald verður kravt eftir at tunlarnir eru goldnir. Sam-bært lógini og reglugerðini um tunlarnar, so sku-lu teir handast landinum tá teir eru goldnir og harafturat hava veljararnir í Vágunum, Norðoyg-gjar ja, allir føroyingar fingið lyfti frá politikaru-num, at landið tá skal gjalda raksturin av tunlu-num báðum.

Ótrúliga nasvíst og einsporað, fyri ikki at siga ósamhaldsfast, nú at ditta sær at rógva uppun-dir framhaldandi bumgjald í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum at fíggja vegakervi aðrastaðni í landinum.

Fyri í heila tikið at fáa undirsjóvartunlarnar gjør-dar á sinni, var neyðugt at vit, sum allarmest høv-du tunlarnar fyri neyðini, máttu ganga inn fyri ei-num bumgjaldi, nakað, sum onga aðrastaðni var brúkt. Hvørki tunilin í Kollafirði ella brúgvin um Streymin vóru fíggjað við bumgjøldum, sjálvt um hetta vóru stórar infrakervisíløgur.

Tað, sum fellur einum mest fyri bróstið er, at tað eru tey, sum í dagliga politiska kjakinum rópa harðast um samhaldsfesti, ið vilja leggja byrðuna á tey, sum hava nakað við útjaðaran í Føroyum at gera.

Skal føroyska infrakervið fíggjast samhaldsfast, so er ongin ivi um, at fígging yvir landsins fíg-gjarlóg er tað rætta. Men spurningurin er so, um tað ikki er rættari at ferðslan eftir vegunum fíg-gjar vegir og tunlar sjálv.

Hetta kundi verið gjørt, eitt nú við veggjaldinum, ið kundi verið álagt øllum akførum.

Frammi í tíðini er ein nýggjur undirsjóvartunnil, ið skal samanbinda Eysturoynna og Streymoyn-na. Her er talan um privat virki, ið hevur hug at gera hesa íløguna og at fíggja hana yvir bum-gjald, sum skilst. Í skrivandi stund er eitt sindur óklárt hvørja avtalu privata felagið fær við lan-dið, men verður tað so, at vit øll fáa møguleikan at velja, um vit fara ígjøgnum privata tunilin, ella vit fara longra teinin eftir landsvegunum, so kann tað vælsagtans ikki vera so ræðandi at lata privatar fíggja og reka.

Ikki talingur um at bróta givin lyftir um bumgjald í undirsjóvartunlunum. Vágafólk og Norðoyingar hava goldið sín fúla part av hesum projektum, sjálvandi eisini partvíst saman við øðrum, men stóri parturin er komin úr hesum økjunum.

Vilja tit endiliga hava eitt bumgjald, so setið tað í Kolfjarðartunnilin, so kunnu vit velja at fara eftir Oyggjarvegnum, hava vit hug til tað.

Fingrarnar burtur frá Norðoya-tunlinum og Vágatunlinum

L E I Ð A R I N

SilvurbrúdleypTann 25/06/2013 hava

Sólarn & Fríða Isaksen verið gift í 25 ár, dagurin verður hildin á Húsum

leygardagin 29/06/2013 frá kl:15.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

GullbrúdleypLeygardagin 27. juli hava hjúnini

Marianna og Álvur Magnusson Klaksvík, gullbrúdleyp.

Dagurin verður hátíðarhildin fra kl 15.00 í hølinum hjá klaksvíkar húsmøðrafelag á Bøgøtu í Klaksvík.

Øll eru hjartaliga vælkominMarianna og Álvur.

BrúdleypLeygardagin 6. juli kl. 14.00 giftast

í Christianskirkjuni í Klaksvík Elsba Rasmussen og Tórður Lervig, Klaksvík.

Brúdleypið verður fyri innbodnum á Hotel Norð á Viðareiði kl. 19.00

TøkkØllum tykkum, ið á ymiskan hátt gleddu okkum á diamantbrúdleypsdegnum tann 15. apríl 2013, takka vit hjartaliga. Ein serlig tøkk til samkomuna

á Malta, ið gjørdu okkum dagin ógloymandi.

Kærastu heilsurAgnas & Alfred SteensenBrúdleyp

Leygardagin 20. juli giftast Fríða Lillyardóttir úr Havn og

Absalon Matras Absalonsen av Viðareiði. Vígslan verður kl.12.00 í Öström,

har móttøka eisini verður kl.15.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Veitsla er fyri innbodnum kl. 19.00 í Öström.

BrúdleypLeygardagin 20. juli giftast

Hanna Steinberg úr Klaksvík og Jóan Petur Joensen av Eiði.

Vigslan verður í Eiðis kirkju kl.12 og veitsla fyri inn-boðnum á Hotel Norð á Viðareiði kl. 18.00

85 ára føðingardagur

Hósdagin 4. Juli fyllur Kristina Østerø 85 ár. Dagurin verður hildin á Sjómannskúlanum frá kl. 16 til kl. 20.

90 ára føðingardagur

2 juli verður Mikal Kyrjarheygg, Klaksvík 90 ár Dagurin verður hildin í húsinum hjá Heðin,

Bumshamarsvegur 32, frá kl. 16.00 Øll eru hjartaliga vælkomin.

Page 15: Nordlysid nr 24 2013

15NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013

Mjølnir er samanlagt mest felagið innan flogbólt, tá hugsað verður um at vinna kappingar í bestu mans- og kvinnudeildini. Í fjør var rættuliga ójavnt, hvussu hilnaðist hjá mansliðinum og kvinnuliðinum. Kvin-nurnar vunnu greipuna í stórum stíli, meðan menni-nir endaðu aftast og einans vunnu ein dyst. Teir vóru merktir av, at stór útskifting var á liðinum, har nærum

eingin leikari hevði roynt at spælt í bestu deildini áður, meðan kvinnurnar høvdu nærum sama lið, sum árið frammanundan eisini vann greipuna.

Kvinnurnar spennandi liðTina Purkhús er í nevndini hjá Mjølnir og hon sigur, at kvinnurnar koma at missa tríggjar lyklaleikarar, men at nógv gott fólk er eftir,

og tí kemur tað at vera ein spennandi lið. Hon vil tí ikki lata illa at.

- Tað hevur verið nógv blást upp um, at vit missa nógv fólk hjá kvinnunum. Men vit missa bara tríg-gjar leikarar. Men talan er um sera góðar leikarar í Birgit Guttesen, Einu Kal-sø og Sofíu Purkhús. Men hinar halda allar fram og fleiri av teimum eru eisini á landsliðinum. Har umframt

høvdu vit eisini fleiri ungar leikarar, sum fingu spælitíð seinasta kappingarár og sum nú fáa størri álit. Hesar fáa nú størri álit. Og so eru aðrir ungir spennandi lei-karar, ið koma frá Gentum 16 ár, so sum heild sær út sum, at vit fáa eitt spennan-di lið næsta ár hjá kvinnu-num. Men enn hava vit ikki sett nakran høvuðsvenjara og eru ikki í samráðingum við nakran, men arbeiða

við málinum, sigur Tina Purkhús við Norðlýsið.

Menninir vera betriHjá monnunum er heldur eingin venjari settur enn, men har sær betri út enn í fjør.

-Hjá monnunum sær faktisk betri út enn í fjør. Teir halda uppá alt fólkið og hava nú fleiri royndir. Móti endanum í fjør fekk liðið eisini tilgongd av fle-

iri ungum og høgum leika-rum, ið vera spennandi at fylgja. So eg vænti faktisk, at tað kann fara at blíva sera áhugavert at fylgja mansliðinum, sigur Tina Purkhús við Norðlýsið.

Jákup Ósa

MJØ LNIR IKKI SET T H Ø VUÐSVENJARARNAR- Vit hava spennandi lið hjá bæði kvinnum og monnum í bestu deildini, men høvuðsvenjararnir eru ikki settir enn, sigur Tina Purkhús frá nevndini í Mjølnir.

”Tað hevur verið nógv blást upp um, at vit missa nógv fólk hjá kvinnunum. Men vit missa bara tríggjar leikarar.” Tina Purkhús

Page 16: Nordlysid nr 24 2013

16 NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013

Jákup ikki viðHjá ÍF verður málverjin Jákup Mikkelsen ikki við. Hann er burturstaddur og spælir tískil ikki. Tá Norðlýsið var í sambandi við ÍF í vikuni ljóðaði, at eyka málverjin Hallgrím

Hansen fór at verja málið. 18 ára gamli Hallgrím he-vur áður leikt 6 dystir í Effodeildini. Ari Ellings-gaard, ið er leikarin hjá ÍF við flestu uppleggum í ár, hevur leikbann, meðan ivamál var í vikuni, um

Høgni Madsen bleiv heilt klárur eftir, at hann fekk skaða seinasta vikuskiftið. Bartal Eliasen er tøkur af-tur hjá ÍF eftir leikbann sei-nast og kemur uttan iva inn aftur í miðverjuna.

Nógv ivamálHjá KÍ hevur Meinhardt Joensen leikbann. Helst verður tað royndi málverjin Gunnar á Steig, ið kemur at loysa hann av. Gunnar hevur ikki leikt á Effodeil-dini síðani 2011, men hevur

verið fastur málverji á 1.de-ildarliðinum. Seinast fóru Gunnar Christian og Álvur Christiansen út við skaða. Jógvan Isaksen hevur ikki vant við fullari ferð sei-nastu tvær vikurnar vegna fiburskaða. Allir tríggir

eru ivasamir til dystin fríg-gjakvøldið.

Dysturin í Fuglafirði byrjar kl. 19.00 og dómari verður Dagfinn Forná.

ÍF-KÍ:NÓGVIR IVASAMIR LEIK ARAR(Upptakt) Nógvir ivasamir leikarar eru undan seinasta landskappingardystinum fyri summarsteðgin.

Jákup Ósa

Page 17: Nordlysid nr 24 2013

17NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013

Fríggjakvøldið er seinasta umfar á skránni í Effode-ildini. KÍ skal til Fugla-fjarðar, har ÍF tekur ímóti. ÍF hevur havt eitt gott kappingarár higartil og venjarin hjá teimum segði alment í KVF í seinastu viku, at nú trúgva teir uppá FM møguleikan. KÍ hin-vegin hevur ikki vunnið landskappingardyst síðani 28. apríl og misti seinasta sunnudag eina 3-1 leiðslu við Margáir móti EB7S-treymi, ið vann 4-3.

Mistu høvdiðAtli Danielsen var seinasta sunnudag valdur til dagsins leikara hjá KÍ av Bláu Byl-gjuni. Hetta var eisini rætt val, tí Atli var eyðsýndir og var við í øllum trimum KÍ málunum. Hann heldur, at KÍ ikki megnaði at halda høvdið kalt.

- Vit eru nokk merktir av, at okkara lið ikki hevur

vunnið í longri tíð. Í av-gerandi løtunum klára vit ikki at halda høvdið kalt. Tí tá vit føra 3-1, so hava vit stýr á tí. Sjálvt um vit liggja langt afturi, so koma teir ikki til stórvegis av vanda-miklum møguleikum. Æt-

lanin hjá okkum var ikki at detta so langt aftur, men vit komu undir trýst og fingu ikki presspælið at virka. Tá so Meinhardt fær reytt kort, so vísti tann støðan so at blíva avgerandi, sigur Atli Danielsen um dystin við

Margáir sunnudagin.

Nýtt venjaraparKÍ hevur havt nýtt venjara-par í Eyðuni Klakstein og Paula Poulsen seinastu tvær vikurnar, og Atli letur væl at teimum.

- Hetta hava verið tvær góðar vikur undir nýggja venjaraparinum. Vit hava arbeitt nógv við bóltspølum og tilpassað nøkur ting bæði í álopspartinum og verjupartinum. Talan hevur verið um góðar venjingar og vit hava arbeitt við at fingið lagið betri. Ikki tí, eg haldi ikki tað er nøkur kreppa í felagnum, sigur verjukendi miðvallaleikarin.

Atli heldur tó ikki, at spælistílurin fer at broytast nógv næstu tíðina.

- Eg veit ikki, um spælistílurin fer at vera so nógv broyttur. Eyðun Klak-stein vil halda fæst í tí posi-tiva offensiva fótbóltinum, sum tann undanfarni ven-jarin gjørdi. Men tað koma kanska at vera tíðarskeiðir, har vit kom at liggja lon-gri afturi og vónandi kann spælið blíva betri skipað samstundis, sum vit vera meira tolnir. Har skulu vit

duga betri at flyta bóltin frá síðu til síðu og annars finna røttu javnvágina á liðinum, sigur Atli.

ÍF dysturinFríggjakvøldið leikar KÍ móti ÍF í Fuglafirði. Fyrr í ár leiktu liðini 3-3 javnle-ik í Fuglafirði í einum un-dirhaldandi dysti. Atli sær fram til ein javnan og spen-nandi dyst.

- Sterka síðan hjá ÍF er te-irra álopsspæl, har Clayton Soares ofta er sera eyðsýn-dur og sentralur í teirra spæli. Annars spæla teir ofta við nógvum langum bóltum fram móti teirra álopsleikarum. Annars eru tað deyðbóltar og innlegg frá serliga teirra høgra bak-ki (Leivur Joensen, blaðm.), ið eru teirra sterku síðir. So eg vænti mær ein tættan og ferð miklan dyst, sigur Atli Danielsen undan dystinum fríggjakvøldið.

CL AY TON MÁ STEÐGASTTað sigur Atli Danielsen undan dystinum móti ÍF fríggjakvøldið.

Jákup Ósa

Spenningur hevur einans verið um 2. plássið í Ef-fodeildini í ár. HB hevur fyri tað mesta ligið langt frammanfyri hini liðini og í løtuni eru 7 stig millum HB og ÍF á 2. plássi. Í vik-uni spurdu vit B36 venja-ran Mikkjal Thomassen, hvussu hann sá kappingina kring toppin.

- Eg havi trupult við at

síggja, at nakar skal fara at hótta HB. Onnur ár sum t.d. í 2011, tá sóu vit EB/Streym vinna eini 11 dystir á rað, men tað síggi eg ikki fyri mær í ár. Eingin hevur dygdina til tað, tí liðini eru ov jøvn og taka frá hvørjum øðrum. Tað kann hugsast, at hetta fer at halda fram. So eg haldi, at HB kann bara missa tað sjálvt við

at fáa eina heilt keðiliga gongd, sigur Mikkjal Tho-massen.

Hann væntar eina harða kapping um 2. plássið- Eg vænti, at har eru nógv lið, ið kunnu taka heiðursmerkini. Vónan-di kunnu vit sjálvir vera har, um vit sleppa undan skaðum. EB/Streymur, ÍF

og NSÍ vera har og so vænti eg eisini, at tað fer at ven-da hjá KÍ. Hinvegin eru Víkingar farnir heldur langt afturum og tykjast hava mist flogið. So tað verður tungt hjá teimum og hjá TB haldi eg at tað manglar nakað í framrættaða parti-num, sigur Mikkjal Tho-massen við Norðlýsið.

Jákup Ósa

MIKK JAL: KÍ KEMUR AF TURB36 venjarin væntar, at kappingin um 2. plássið verður hørð í ár. Hann sær ikki fyri sær, at nakar fer at hótta HB.

Kunngerð um framløgu av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu. Víðkan av havarøki

Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21.mai 1954 við seinni broytingum verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broytingar til byggi-samtykt fyri Fuglafjarðar kommunu, verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 28.06.2013 til 27.07.2013 allar gerandisdagar uttan leygardag frá kl 10 - 15.

Sambært uppskotinum verður havnaøkið fram-manfyri fóðurgoymsluna hjá Havsbrún á matr.nr. 239ac víðka úteftir. Eisini verður gildisáseting fyri verandi byggisamtykt galdandi til nýggj byggi-samtykt er gjørd. Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broy-tingaruppskot til hetta, ið skulu verða skrivlig, mugu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 20. august.2013. kl. 15.00

Fuglafjørður 26-06-2013FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ

Page 18: Nordlysid nr 24 2013

18 NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013

Page 19: Nordlysid nr 24 2013

19NR. 24 HÓSDAGIN 27. JUNI 2013

Enn einaferð lækka vit okkara lægstu bústaðarlánsrentu - hesaferð heilt niður í 3,75% fyri allar okkara kundar - uttan neyðugar bindandi tænastur.

Hevur tú bústaðarlán í Eik, fært tú henda fyrimun sjálvvirkandi, og tær nýtist einki at gera.

Ert tú ikki kundi í Eik, men vilt fegin hava enn bíligari bústaðarlán, er bara at ringja til okkara

- so orðna vit rest.

Vit svara á tel 348 000 mánadag til hósdag til kl. 17.30 og fríggjadag til kl. 16.00.

Les meira á www.eik.fo um hvussu tú brúkar okkum best.

Sethúsalán innan fyri 80% av virðinum á ognini, verða rentað við lægsta rentusatsi, sum er 3,75%.Við sethúsaláni á 1 mió. kr. og afturgjaldstíð yvir 20 ár, er effektiva rentan 3,80% og ÁKP 4,20%.

Vit lækka bústaðarlánsrentuna enn einaferð

Nú bjóða vit øllum 3,75%

Page 20: Nordlysid nr 24 2013

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

amr.fo