28
NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 2013 62. ÁRGANGUR / KR 30,00 9 772245 065007 - lokala røddin síðani 1915 VÍKINGUR FER EFTIR FM HEITINUM TAÐ SEINASTA NÝGGJA ÚR EFFODEILDINI NÝGGI BYGNINGURIN Í VIÐAREIÐIS SKÚLA ALMENT TIKIN Í NÝTSLU EIN TÚRUR VIÐ “BÓNDANUM” Í 1952 Fyrstu búfólkini komin á Røktarheimið Við Vágna

Nordlysid nr 40 2013

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 40 Mikudagin 20. nov. 2013

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 40 2013

NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 2013 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

9772245065007

- lokala røddin sí ðani 1915

V ÍK INGUR FER EF T IR FM HEI T INUMTA Ð SEIN A S TA N ÝGG J AÚR EFF ODEILDINI

N ÝGGI BYGNINGURIN Í V I Ð A REI ÐIS SK ÚL A A LMEN T T IK IN ÍN Ý T SLU

EIN T ÚRUR V I Ð “BÓND A NUM” Í 1952

Fyrstu búfólkini komin á Røktarheimið Við Vágna

Page 2: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 20132

L E I Ð A R I N

Sjómaður søkir íbúð/kamar28 ára gamal stakur sjómaður ynskir lítla íbúð

ella kamar við atgongd til køk og bað.Send ein mail til:[email protected]

TøkkVit ynskja at takka øllum sum á ein ella annan hátt vóru við til at gera Seyðasýningina á Borðoynni til

eitt væl eydnað tiltak.

Ein serlig tøkk til:Føroya Bjór

Kjølbro HeilsøluBanknordik

Stranda HagaNorðlýsið

Vegna stigtakararnarHeini Mohr

Magnet-toppmadrassa serliga væl egna móti pínu og gigt o.a. til sølu.

Nýprísur kr. 9.000,-Telefon 455835

TøkkHjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt hjálptu

og mintust okkum, tá mamma okkara, Bina Rasmussen

doyði og varð jarðað.

Takk til tykkum, sum høvdu eitt orð, og tykkum sum spældu og sungu fyri á

røktarheiminum, í kapellinum, í Betesda og á grøvini, og til tykkum í Betesda fyri beinasemi.

Takk øll tit, sum fylgdu. Somuleiðis takk til tykkum, sum skipaðu fyri ervinum,

og tykkum, sum sendu bakstur. Takk fyri heilsanir, blómur og gávur til byggigrunnin fyri Betesda.

Og at enda takk til tykkum, sum vitjaðu mammu á Røktarheiminum, og takk til tykkum, starvsfólk og

búfólk og onnur, sum vóru so góð við hana ta tíðina, hon var har, og fingu hana at kenna seg væl.

Hjartans tøkk øll somul.

Familjunnar vegna,Ása, Lillan og Steintór

Leygardagin 23. novembur giftast Alexandrina í Skorini og

Jóhan Sigurðsson, Klaksvík.

Vígslan verður í Spaniastovu kl.13.00. Veitslan verður fyri innbodnum í Róðrarneystinum í Árnafirði kl.19.00.

BrúdleypLeygardagin 23. November kunnu hjúnini

Jancy & Julius Poulsen halda teirra gullbrúdleyp.Vælkomst verður í Skálanum í Klaksvík frá Kl.17:00

til Kl.22:00Tey sum vilja gleðast og heilsa uppa gullbrúðarparið,

biðast vinarligast siga frá á tlf.214244 - 225706

Hjartaliga vælkomin.

Gullbrúdleyp

TøkkØll tit sum mintust meg á 90 ára føðingardegnum

tann 19. Oktober 2013 takki eg hjartaliga. Tit vóru við til at gera dagin ógloymandi fyri meg.

Gud signi tykkum øll.

Kárl Hendriksen á Fløtti

TøkkEg vil á hendan hátt takka øllum sum vóru við at

gera 80ára dagin so hugnaligan fyri meg.Ein serlig tøkk til børnini, svigerbørn

og onnur sum gjørdu hetta møguligt.

Hans Jacob Andreasen

Møblar til søluSong, útskorin, 1,20 m x 2,00 m

við tveimum náttborðum.Ein song úr eik, 0,90 m x 2,00 m.

Og eitt veggjaskáp, L 80 x B40 x D30 cm, skápið hevur hurð við útskornum glasi.

Norðlýsið vísir áTlf. 456285

Hetta er júst tíðin, tá okkara ferðavinnufy-ritøkur hava úr at gerða við at selja útlen-dingum ferðavinnuupplivingar í Føroyum.

Landsstýrið hevur eisini latið upp fyri, at ferðaráðið skal hava meiri orku í so máta, tí afturat tí, at nýggjur stjóri var settur á Ferðaráðið, so hevur landsstýrið gjørt ”double up” tá ið um játtanina til Ferðaráðið ræður og hevur játta heilar 14,5 millionir til Ferðaráðið.

Samstundis hava nýggir tónar verið at hoyra frá Ferðaráðnum, tí sum skilst, so skal næ-rum allur peningurin brúkast til at menna søluatólið, soleiðis, at peningurin skal brú-kast at fáa ferðafólk til Føroya. Eitt nú, hevur ligið á ljóðið, at Ferðaráðið ikki longur skal geva rakstrarískoyti til føroysku kunningar-stovurnar, tí kunningararbeiðið skulu kom-munurnar taka sær av.

Um hetta verður úrslitið av nýggju stratetiini hjá Ferðaráðnum, og kommunurnar taka un-dir við hesum, so kann væntast at føroyska ferðavinnan fer at fáa útivið 20 milliónur av føroyskum skattapeningi, til rakstur.

Men hvar er føroysku ferðavinnupolitikku-rin? Um vit hugsa okkum, at átøkini, sum Ferðaráðið er byrjað uppá fer at geva ávøkst, hvat skulu vit so gera við og loyva ferðaman-ninum, ið leitar sær hendavegin?

Fyri stuttum gav útvarpskvinna ilt av sær, tí hon ikki slapp at ganga í fjøllunum ótarnað, ókeypis og tá tað lág fyri hjá henni, tí haru-menninir høvdu leigað sær lendi frá bønd-rum at skjóta haru á.

Ferðavinnan skal sjálvandi geva inntøkur í landinum, um øll okkara náttúra og øll okka-ra framúr vøkru fjøll kunnu troytast fyri einki av øllum, so kann tað gerast trupult at vinda nakað sum helst burturúr ferðamanninum. Um vand gongufólk leita sær hendavegin, so finna tey skjótt útav, at tað er minni kost-naðarmikið at fara til gongu við GPS og mat-pakka, enn at gjalda nøkrum túrfyriskipara nakað sum helst.

Sama er eisini galdandi við føroysku vøtnu-num. Hvat vilja vit við teimum. Skal einum og hvørjum vera loyvt at ganga í fjøllunum og haga sum honum lystir, so kunnu vit skjótt fara at síggja at síl og fuglalív fara at líða undir at lendir og tjarnir verða yvirrend av fólki.

Tað tykist í nógvum førum sum um politiski myndugleikin bara gevur eftir fyri flutnings og gistingarvinnuni innan ferðavinna, men hugsar lítið um at stýra ferðamanninum tá hann er komin til landið.

Oliver

Ferðavinnu-politikkur

Page 3: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 2013 3

Page 4: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 20134

Page 5: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 2013 5

Tað er ikki uttan svørðsslag, at komið er hertil

Fyrst vil eg takka fyri, at eg bleiv biðin um at halda talu her í dag, nú Heimið við Vágna stendur liðugt - Eg føli tað sum ein heiður, at tað verður sett prís uppá tað arbeiði, sum eg havi lagt í hesa verkætlan.

Tá eg avgjørdi at stilla upp til býráðsvalið 2008, setti eg meg væl inn í el-draøkið. Í veruleikanum var tað Ragna Laksafoss, sum stuðlaði uppundir mín áhuga fyri eldraøkinum. Hon greiddi mær frá, lænti mær bøkur um eldraøkið, soleiðis, at eg fekk vitan - og bleiv meira áhuga fyri økinum.

Tá tað so eydnaðist at blíva vald í býráðið, lá tað skjótt í luftini, at eg skuldi fáa sessin, sum forkvinna í sosialu nevnd. - Og so brá, sum eg nú einaferð eri av lindi, so ringdi eg áðrenn tað var formelt avgjørt, at eg skuldi fáa henda sessin til økisleiðaran í Norðøki-num Elsbu Lutzen. Eg bjóðaði henni heim til mín, har vit prátaðu um eldra økið.

Eg spurdi hana so, um nú býráðið fór at byggja eitt nýtt Røktarheim,hvar hon so helt hetta skuldi liggja.

Hon svaraði mær so aft-ur, “ hvar vilt tú vera. Eg? ,í býnum.

Ja, segði hon so , tað er tað sama við teimum eldru. Tey vilja eisini vera í bý-num, har sum lív er í .

Hetta gjørdi so eisini sítt til, at tað var ongin ivi í mínari sál, at Heimið við Vágna skuldi verða í bý-

num.Kann eisini nevna til stut-

tleikar ,at ein útlendskur arkitektur í dómsnevndini til miðbýarætlanina helt enntá, at staðsetingin av nýggja røktarheiminum var fantastisk. Hon metti, at býráðið hevði gjørt tað rætta við at leggja røktar-heimið júst har tað liggur í dag.

Men sjálvandi tað er sum við øllum øðrum, tað eru ymiskar meiningar um taðJ

Elsba..., eg skal eisini takka tær fyri eitt serdei-lis gott samstarv árini eg var forkv. Í sosialunevnd. At samstarva við einum so dugnaligum og hugagóðum fakfólki sum tær, er nakað heilt fyri seg. Tú ert ein

eldsál, og ikki at gloyma tína styrki, sum er at síggja loysnir framum forðingar.

Sum eg havi sagt fyrr, so eru tað eldsálirnar, sum gera munin.

Tað gekk ikki long tíð ef-tir, at eg var innvald, at eg ringdi til 2.form. í sosial-unevnd Atla Justinussen. Eg spurdi hann um vit ikki skuldu leggja eitt uppskot fram, um at fara undir at byggja eitt nýtt Røktarheim í Klaksvík. Hetta sjálvan-di tí akutti tørvurin var so ovurhonds stórur.

Jú hann var beinanvegin við uppá tað. Vit snikkaðu síðani eitt uppskot um at byggja eitt nýtt Røktarheim í Klaksvík, sum vit sendu inn.

Atli og eg høvdu eitt avbera gott samstarv og somuleiðis við alla sosialu nevnd, og alt býráðið sum heild, bæði andstøðu og

samgongu í samband við Røktarheimið. Fari on-gantíð at gloyma teirra po-sitiva hugburð í samband við eldraøkið.

Tá ið vit høvdu sam-gongufund aftur, vóru sam-gongulimirnir positivir um uppskotið. Ein teirra helt tó, at tá ið vit komu við up-pskoti um so stóra verkæl-tan, burdu vit kunnað sam-gonguna fyrst.

Tað dugi eg væl at síg-gja í dag, men av tí eg var nýggj í politikki arbeiddi eg ikki altíð so siðbundið. Spurningurin er um tað ger so nógv,tí í dag standa vit so inni í Heiminum við Vágna.

Vit skulu eisini minnast til, at tá ið sosiala økið gjør-di eina so stóra verkætlan, so var ikki so nógv til hini økini. Tað sigur nakað um viljan til at byggja Heimið við Vágna.

So kom tíðin, har møgu-leiki hjá kommununum var søkja um stuðul til at byg-gja nýtt Røktarheim.

Vit í Klaksvíkar býráð avgjørdu, at tað vildu vit gera. Men tíðirnar vóru ikki so góðar tá. Allur he-imurin var í kreppu, og vit í Klaksvík vóru eisini rakt.

Táverandi Landsstýris-maður í fíggjarmálum kravdi,at vit skuldu seta skattaprosentið upp,um vit skuldu fáa loyvi til at byg-gja nýtt Røktarheim.

Hetta var ein beiskur biti at svølgja, og kanska serli-ga hjá fólkaflokkinum. Tí var tað nakað,sum fólkaf-lokkurin ikki var glaður fyri, so var tað at seta skat-taprosentið upp.

Men eg brendi so nógv fyri at nýtt Røktarheim mátti byggjast, at eg segði við táverandi borgmeista-ra Gunvá við Keldu, at eg fór at stemma fyri at gera eitt nýtt Røktarheim. Het-ta hóast eg var einsamøll í samgonguni. Politiska kar-rieran kom her í 2. røð.

Eg minnist væl svarið, sum Gunvá gav mær. Hon segði, Elsebeth, tú gert tað, sum tú sjálv følir, er tað rættasta.

Eg føldi,sum ein byrða fór av mær, tí tað var ikki stuttligt møguliga at fara ímóti síni egnu samgongu.

Men sum vit minnast, soendaði tað við, at vit øll í býrðaðum vóru samd um at byggja Heimið við Vágna.

Sum tit síggja, so er He-imið við Vágna innrættað við íbúðum. Gunnleyg Djurhuus sat eitt skifti í ar-beiðsbólkinum til Røktar-heimið. Hon gjørdi sítt til, at vit valdu at gera íbúður heldur enn kømur. Og eru vit slóðbrótandi í Føroyum

- sum tað einasta Røktarhe-imið við íbúðum.

Hetta gevur so aftur mø-guleika fyri, at pør kunnu búgva í íbúðunum, -- og sum eg havi skilt, so verða tað nøkur pør, sum beinan-vegin fara at flyta inn í He-imið við Vágna.

Fyrrverandi lands-stýriskvinna Rósa Samuel-sen, eigur stóra tøkk uppi-borna fyri hennara positiva hugburð til hetta økið. Hon valdi at raðfesta, at Heimið við Vágna skuldi byggjast í Klaksvík. Fyrrv. formaður í trivnaðarnevnini, Jákup Mikkelsen, skal eisini hava eina tøkk.

Núverandi lands-stýriskvinna Annika Olsen er komin norðeftir í dag at hátíðarhalda dagin saman við okkum. Hon eigur ei-sinin stóra tøkk uppiborna fyri altíð positiva lindi,tá tað kemur til tað sosiala økið í Norðurøkinum. Hon hevur alla tíðina fylgt við málinum hvussu tað gekst við Heiminum við Vágna.

Somuleiðis ynski eg eisi-ni at takka øllum, sum hava gjørt eitt megnar arbeiði í samband við Heimið við Vágna.

Kann líka eisini nevna, at tað eru sett 22 starvsfólk og tað verða fleiri starvsfólk sett seinni at arbeiða her.

Til síðst fari eg at ynskja at Heimið við Vágna verður til gleði og gagn fyri okka-ra núverandi og komandi eldru. Ynski eisini at nýggja Heimið við Vágna verður funktionelt og eitt gott ar-beiðspláss við góðum triv-naði hjá øllum teimum, sum koma at starvast her.- og Harrans signing.

Takk fyri.

Tað lat Elsebeth Mercedis Gunnleigsdóttur, fyrrv. forkvinna í Sosialu Nevnd Býráðsins, skína ígjøgnum í røðu síni á røktarheiminum Heimið Við Vágna, tá heimið varð handað landsstýriskvinnuni í Almannaráðnum, Anniku Olsen. Vit prenta her røðuna.

Hølir til leiguSkrivstovu/undirvísingar hølir sumTrygdarmiðstøðin í Klaksvík hevði í Bøgøtu 38 í Klaksvík eru til leigu.

Telefon 21 41 99 ella 45 55 10

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum broytingaruppskot fyri ”víðkan av D-økinum á Norðtoftum” og ”útlegging av A-øki í Norðdepli” framlagt til eftirlits:

Tilfar, sum lýsir broytingina liggur frammi á kom-munuskrivstovuni frá mikudegnum 6. november 2013 til og við 27. november 2013.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Hvannasunds kommunu skrivliga íseinasta lagi 18. desember 2013.

Hvannasund 6. november 2013Hvannasunds Kommuna

Broyting í Almennu Byggisamtyktini fyri Hvannasunds KommunuKunngerð

Page 6: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 20136

Fyrireikingarnar til komandi kap-pingarár eru í gongd. Enn eru teir flestu hópar-nir veikari enn í fjør á pappírinum, men hetta verður neyvan støðan, tá kappingin

fer í gongd.

Hetta vóru almennu fly-tingarnar, tá blaðið fór til prentingar:

Frágongd:AB: Símun Rógvi Hansen, Rói Danielsen og Rógvi Poulsen

B36: Súni Olsen, Evrard Blé og Gilli Sørensen

HB: Bárður Olsen og Hans Jørgensen

NSÍ: Pól Jóhannus Ju-stinussen, Andras Brixen Vágsheyg og Karl Løkin

ÍF: Jan Ellingsgaard, Heri Nesá, Høgni Madsen, Hanus Thorleifson og Øs-sur Dalbúð

KÍ: Jógvan IsaksenEB/Streymur: Levi Hans-

sen og Pætur Dam Jacobsen

Tilgongd:AB: Hans Jørgensen, Bárður Olsen og Andras Brixen Vágsheyg

Víkingur: Súni OlsenEB/Streymur: Pól Jóhan-

nus JustinussenKÍ: NdendeÍF: Karl LøkinHB: Levi HanssenB68: Evrard BléSkála: Andras Frederiks-

berg og Pætur Dam Jacob-sen

Víkingur og KÍ halda tørn – hini veikariVit eru bara í november enn og tí kann væntast, at fleiri broytingar koma afturat og fleiri hópar vera sterkari. Men í løtuni eru Víkingur og KÍ kanska einastu liði-ni, ið ikki síggja veikari út á pappírinum enn síðsta kappingarár. Úr KÍ fræt-tist, at Ndende væntandi

ikki verður einasti styrku-rin. Ein miðverji er mest sannlíkt plássið, ið fyrst og fremst verður hugt eftir. Jonas Flindt-Rasmussen og Babacar Ndiour hava verið nevndir eins og KÍ ynskti Jóhan Troest Da-vidsen, áðrenn hesin gjørdi nýggjan sáttmála við HB. Men sum skilst verður tað neyvan nakar av hesum, sum KÍ nú hevur ætlanir um at fáa. Tískil er hugsan-di, at hugt verður útum Før-oyar eftir styrki og tað kann ganga ein tíð, áðrenn hetta kemur uppá pláss. Sum nevnt aðrastaðni í blaðnum, so tykist Víkingur at vera væl fyri til komandi kap-pingarár á manningarsíðu-ni. Tað er tí ikki órealistiskt av teimum, at fara eftir FM heitinum, um teir ikki koma at missa fólk.

Feløgini leita eftir leikarumSum sæst á yvirlitinum, so eru hóparnir hjá serliga ÍF og NSÍ veikari enn í ár. Magnus Jørmundsson, for-maður í ÍF, segði við nord-lysid.fo í síðstu viku, at ÍF í løtuni arbeiðir við at fáa

hópin uppá pláss. ÍF er ko-mið væl longri við fyrirei-kingunum enn um somu tíð í fjør, tá tað eisini var stór útskifting í Fuglafirði. ÍF formaðurin væntaði, at ÍF fór at styrkja seg við tve-imum-trimum føroyskum leikarum afturat Karl Løkin, ið er komin aftur til ÍF. ÍF og Albert Ellef-sen prógvaðu í ár, at teir skulu ikki undirmetast og ÍF venjarin er ikki bangin fyri at geva ungum óroyn-dum leikarum møguleikan. Fær ÍF ein-tveir góðar lei-karar í hópin afturat, so er ÍF framvegis eitt gott boð uppá eitt av Europa League plássunum.

Hjá NSÍ er støðan nakað líknandi. Felagið hevur nýggjan venjara í Trygva Mortensen. A-landsliðs ak-tuellu Pól Jóhannus Justi-nussen og Karl Løkin eru farnir til onnur feløg eins og U21-landsliðs aktuelli Andras Brixen. Tí er tað sera sannlíkt, at NSÍ leitar sær styrki, tí hópurin er viknaður á sentralum plás-sum. Men í álopspartinum er NSÍ framvegis væl fyri og í felagnum eru nógvir

ungir evnaríkir leikarar, ið møguliga eru klárir til størri ábyrgd enn framma-nundan.

Eisini EB/Streymur he-vur mist týðandi leikarar í Levi Hanssen og Pætur Dam Jacobsen. Pól Jóhan-nus Justinussen er komin til, men formaðurin hjá EB/Streymi hevur sagt við nordlysid.fo, at teir fóru at fáa leikarar inn fyri teir, sum teir komu at missa.

Uppflytararnir fáa tað tungtB68 og Skála vera nýg-gju liðini í Effodeildini. Bæði hava tey fingið styrk í stórum einstøkum pro-filum. Tó er neyvan nakar ivi um, at tað skal meira av styrki til – serliga hjá B68 - um uppflytararnir skulu hava góðar vónir um at halda sær í deildini. Tey verandi liðini í Effodeildini eru so mikið sterk, at tað er ikki óhugsandi, at B68 og Skála mugu upp á 30 stig komandi ár fyri at bjarga sær pláss í deildini. Søgan sigur okkum tó, at annar av uppflytarunum ofta klárar at bjarga sær tilveruna og

so fáa vit at síggja, hvus-su verður næsta ár. Men skuldu tipparar sett nøvn á niðurflytarar her og nú, so høvdu helst nærum allir mest sannlíkt tippað B68 og Skála at flutt niður aftur.

Leysu leikararnirÍ løtuni eru ikki nógvir profilar í føroysku kap-pingini uttan sáttmála. Hjá niðurflytarunum úr TB eru Babacar Ndiour og Rógvi Joensen, ið kunnu hugsast at skifta felag. B36 liggur eftir Rógva, men eisini EB/Streymur kundi hugsast at havt hann í kikaranum. Jóan Símun Edmundsson hevur boðað frá, at møgu-leiki er fyri, at hann flytur heim aftur. Har verða ut-tan iva fleiri feløg fram-við, men HB, sum neyvan umhugsar annan styrk enn evt. ein álopsleikara, er við síni ítróttarligu avbjóðing og fíggjarorku favorittur at tryggja sær hansara un-dirskrift. Hjá AB verður Jógvan Isaksen helst næsta keypið, og so skulu argja-menn til at finna nýggjan offensivan profil fyri Ah-med Keita. Tann leikarin

finst neyvan í Føroyum. Hjá B36 ljóðar, at ein miðvalla leikari kemur inn afturat. Men har eru ikki nógv onnur nøvn enn Rógvi Jo-ensen nevnd. Við øðrum orðum leita tey flestu liðini framvegis eftir leikarum fyri at fáa seinastu prikkar-nir uppá pláss. Og hendur einki kollveltandi í vetur, so fer styrkismetingin at min-na nógv um hana í ár, har HB sær sterkast út, meðan tað so kemur ein bólkur við 6-7 liðum, har AB nú eisini má metast uppií, ið øll kun-nu bjóða av um Europa Le-ague pláss við einstøkum liðum – sum t.d. Víkingur - sum eisini kunnu væntast at hava møguleika at bjóða HB av. Og so eru tað upp-flytararnir, sum ikki síggja út til at hava somu styr-kina sum hini, men sum samstundis nærum bara kunnu yvirraska rætta ve-gin. Norðlýsið fylgir fram-haldandi við gongdini og fyrireikingunum hjá liðu-num.

TAÐ SEINASTA NÝGGJAÚR EFFODEILDINI

Jákup Ósá

Page 7: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 2013 7

V ÍK INGUR FER EF TIR FM HEITINUMVíkingur ætlar sær allan vegin komandi kap-pingarár, sigur formaðurin Brandur Jakobsen.

Jákup Ósá

Tað er klaksvíkingurin, Birgir Waag Høgnesen, sum í útvið 30 ár hevur búð í Vestmanna, sum gevur út bókina, um tá síðutrolarin, Sundaberg hjá Kjølbro sakk í 1972. Hon kann longu nú keypast á heimasíðuni www.ok.fo

Birgir sigur við Norðlý-sið, at hann hevur leingi gingið við tankanum um at geva bókina út og gjør-

di longu í 2005 samrøðu við skiparan á Sundabergi, Benna Joensen, um hen-dingina. Hendan samrøðan var gjørd, tá eg skrivaði um trolaran Kap Farvel.

Eg helt meg ikki verða tann rætta at skriva bókina, tí tað eru nógv skrivandi fólk í Klaksvík.

7. mai í fjør vóru tað 40 ár síðan hendingin fór fram. Eg lat 40 ára dagin fyri hendingina koma og fara, men har kom eingin bók frá nøkrum øðrum. Tað helt eg ikki at manningin, og serli-ga ikki Benni, hevði uppi-borið, tí hetta er ein serlig hending í skipasøguni í Klaksvík, sigur Birgir.

- Í bókini havi eg fylgt skipinum frá tí tað varð bygt í Týskalandi 1952 til

tað sakk í Ný Foundlandi í 1972, sigur Birgir, sum eisi-ni hevur fylgt skipinum, frá tí at vestmenningar keyptu trolaran Nordhav 5 úr Nor-ra í 1955 og góvu honum navnið Jóannes Fonsdal til teir mistu tað á tvingsils-sølu tíggju ár seinni.

Hann leggur aftrat, at parturin um Jóannes Fons-dal er uppbygdur á tann hátt, at hann hevur gjørt nakrar beinleiðis samrøður við menn, sum hava siglt við trolaranum í tíðarske-iðnum, tá ið vestmenningar áttu Jóannes Fonsdal.

Eitt sindur gjørt bur-turúr, tá ið Kjølbro og aðrir bjóðaðu uppá Jóannes Fonsdal, men tað eydnaðist so at fáa hann til Klaks-víkar, har hann fekk navnið

Sundaberg. Rithøvundurin sigur, at ryggurin í bókini er sjálvandi um, tá ið Sun-daberg sakk.

- Eg havi lagt dent á, at tað ikki eri eg sum skrivi søguna, sigur Birgir, men at tað eru menn umborð, sum siga frá. Heilt nógvar samrøður eru við teir, sum vóru við lagnutúrin, við fólk, sum vóru við í bjar-gingini í illveðrinum 7. mai 1972 eins og við fleiri, ið varðaðu av.

Heilt nógvar myndir eru í bókini. Sum fæst á www.ok.fo

Norðlýsið hevur fingið

loyvið at kaga í nøkur sitat úr bókini.

“Mamma var í mínum tonkum, og eg sá hana fyri mær ganga heima í túni-num, og hønurnar gingu kring húsið hjá okkum. Eg var ungur, og tankar-nir flugu um oyruni á mær, men tá ið eg hoyrdi flogfa-rið oman fyri okkum, føldi eg, at bjargingin var í nánd”

“Okkara ørindi vóru ikki at keypa bilar, nei, hann seldi finspritt. Dunkar, sum tóku 11 litrar. Benni kom við formaningum um ikki at drekka, men einki for-boð”

“Eg sá, at Torleif Torge-irsson úr Klaksvík hevði ongan bjargingarvest. Eg hugsaði, at hann var giftur og átti børn, og eg átti ikki børn. Eg bað hann tí taka mítt belti, men eg segði einki um, hví eg ynskti tað. Tað merkisverda var, at tann einasti av allari man-ningini á Sundabergi, sum seinni veruliga fekk brúk fyri einum bjargingarbelti, tað var eg”

”So kemur útvarpið við tíðindunum um, at Sun-daberg er sokkin og at øll manningin var bjargað. Tað var akkurát sum um ísur fór ígjøgnum meg. Eg fry-sti, og tað var líkasum at alt steðgaði upp. Men eg trúði ikki útvarpinum”

Víkingur hevur ikki mist nakran leikara í mun til kappingarárið 2013. Af-turat hópinum er komin Súni Olsen, ið eigur at muna væl hjá steypavinna-runum. Venjarin Sigfríður Clementsen segði eftir kap-pingarárið við nordlysid.fo, at hann ynskti at fáa tveir leikarar afturat hópinum soleiðis, at Víkingur kun-di spæla við um FM hei-

tið. Tá tosaði hann um ein miðvalla leikara, ið kundi vera bindilið millum verju og álop og so ein framræt-taðan leikara, sum kundi skora mál. Tann fyrri he-vur uttan iva verið Súni, meðan spurningurin so er, um Víkingur fer at fáa tann seinna styrkin.

Ein styrkur afturatHjá Víkingi er Súni Olsen

komin og ikki er óhugs-andi, at ein leikari kemur afturat, sambært formanni-num Brandi Jakobsen.

- Vit hava eyguni úti eftir einum framrættaðum lei-kara. Vit hava eisini følarar úti uttanfyri land oddarnar, so tað kann vera, at vit styr-kja okkum við einum leika-ra afturat, men í løtuni ber ikki til at siga nakað við vissu. Vit hava verið eftir

leikarum, men trupulleikin hevur fyri tað mesta verið geografiskur, har tað ikki altíð er so lætt at fáa t.d. leikarar úr høvuðsstaðnum at spæla í Norðragøtu , si-gur Brandur Jakobsen við Norðlýsið.

Fara eftir FM heitinumFormaðurin í Víkingi dylur ikki fyri, at málsetningurin verður høgur næsta ár.

- Nú hava vit vunnið steypakappingina tvey ár á rað og tað vísir, at vit kun-nu. Vit sóu eisini í pørtum av landskappingini í ár, at vit fingu góð úrslit. Tað eru nógv viðurskiftir ið skulu spæla við, tá man berjist um FM og enn kunnu ting broytast. Men tað er eingin loyna, at ætlanin hjá okkum er at fara eftir tí besta, og tað er FM. Tað fara onnur

lið nokk eisini, men vit hal-da okkum vera realistiskar, tá vit miðja so høgt, sigur Brandur.

Hann sigur víðari, at Er-land Tvørfoss eftir ætlan verður nýggjur hjálparven-jari hjá Sigfríði Clement-sen.

Tá Sundaberg sakk” út í bók Sí lýsing í blaðnum

Page 8: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 20138

BORGARSTJÓRIN: EIN SØGULIGUR DAGUR

Góðu tit øll, lands-stýriskvinnan, leiðari og starvsfólk her í Heiminum við Vágna og tit øll, sum eru komin á vitjan.

Hetta er ein søguligur dagur, tí hetta er fyrstu ferð, at Klaksvíkar Kommuna – í góðum samstarvi við Almannamálaráðið – sjálv letur byggja røktarheim.

Hetta røktarheim kostar 55,7 mió. kr., harav kom-munan hevur borið knap-par 40 mió. kr., meðan lan-dið hevur stuðlað við 16,8 mió. kr.

Hetta prógvar, at kommu-nan hevur ein sterkan vilja at taka sær av okkara eldru. Hesi fólk eru tey, sum hava slóðað vegin fyri okkum, og sum hava ment og bygt hetta góða samfelag til tað, sum tað er í dag.

Tey hava sanniliga uppi-borið, at vit, sum verða vald at taka avgerðir fyri sam-felagið, geva teimum virði-lig og sømilig kor.

Tað er hetta nýggja he-imið í Klaksvík eitt gott dømi um – og sum bor-garstjórivil eg siga, at tað er eingin sum helst ivi um, at fyri tey eldru og teirra avvarðandi verður tað mu-nandi lættari dagligdagur, eftir at kommunurnar hva fingið fulla ábyrgd av el-draøkinum.

Hesum leisti hava vit

góðar royndir av, bæði á barnaansingarøkinum og barnaverndarøkinum.

Leisturin er greiður og tryggur:

-har løgtingið verður yvirskipaða lóggávuvaldið,

-har landsstýrið fer at hava eftirlit við økinum

-har kommunurnar fáa fulla útinnandi ábyrgd.

Tað var á vári í 2009, at Klaksvíkar Býráð samtykti at søkja landið um stuðul til bygging av nýggjum røkt-arheimi.

Hetta varð gjørt, ásann-andi tann stóra tørvin, sum tá var og framvegis er á el-draøkinum í Norðoyggjum.

Stutt frammandan hevði landsstýrið lýst løgtingslóg um stuðul til slíka bygging, og kommunan hevði fingið eina ábending um, at møgu-leikin fyri stuðli var góður í Norðoyggjum, tí her var – og er – tørvurin stórur á røktarheimsplássum.

Fyrstu skitsurnar til nýtt røktarheim eru dagfestar í juni 2009, og tann 23. junisamtykkir býráðið at senda umsókn send Al-mannamálaráðnum um studningslán til bygging av einum røktarheimi í Klaks-vík.

Tá var ætlanin at byggja til 48 búfólk, og samlaða gólvvíddin var tá uml. 3600 fermetrar, og kostnaðurin var mettur til 73 mió. kr.

Kommunan var tá oman fyri eina álíkning í skuld, og málið kom tí upp á hægsta stig hjá landinum. Nógv samskifti er mil-lum kommununa og Fíg-gjarmálaráðið um loyvi hjá kommununi, til tað neyðugu fíggingina.

Tann 13. oktober 2009 svarar Almannamálaráðið, at kommunan fær (trey-taða) tilsøgn um stuðul til 24 búpláss. Hetta harmast kommunan tá um, tí hon helt, at tørvurin var í min-sta lagi til 32 búpláss.

Summarið 2009 fer kom-munan síðani undir ar-beiðið, at tillaga røktarhei-mi til 24 búpláss.

Nú verður heimið teknað til at verða umleið 2100 fermetrar til støddar, sum síðandi verður til eina sam-laða bruttovídd uppá einar 2.600 fermetrar

Nógv samskifti er við Fíggjarmálaráðið, tí kom-munan heldur, at treytir sum FMR setir, eru órí-miligar fyri tí fíggjarliga partinum, men í november 2009 tók býráðið undir við einari semju við FMR um fíggjarliga partin av máli-num.

Bygginevndin fyri byg-gingina var hendan:

Jancy Biskopstøð, sosial-deildarleiðari er formaður

Henry Mellemgaard, Roknskaparleiðari

Hans Fróði Hansen, Tek-niska Umsiting

Elsba Lútzen, Alman-naráðið

Gunleyg Durhuus, Al-mannaráðið

Jákup F.N. Mikkelsen, býráðslimur

Elsebeth Mercedis Gun-leygsdórrur, býráðslimur og forkv. í SoN

Ein stýrisbólkur verður settur:

Gunvá við Keldu borgar-stjóri

Óli M. Lassen, formaður í Teknisku Nevnd

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í Sosialu Nevnd, og fýra umboð fyri umsitingina:

John Færø,Heri M. Hammer,Jancy KleinHenry MellemgaardÍ oktober 2011 verður av-

tala gjørd við:Kristian Rasmussen,

um at hann verður byggi-harraráðgevi hjá Klaks-víkar Kommunu og við FUGLARK um at teir verða Høvuðsráðgevi og hava sáttmála við Klaks-víkar Kommunu.

Undirráðgevara hjá FUGLARK eru:

LBF ella Landsbyggifela-gið sum tekur sær av kon-struksjónum

PB-Consult og Veri-Con sum tekur sær av HVS-ar-beiði og kloakk

KJ Elráð sum tekur sær av El-arbeiðinum

Arbeiðið varð boðið út á sumri í 2001, og sáttmáli gjørdur við hesar arbeiðst-akarar:

NH-Grevstur,Andreas Poulsen,Janus Poulsen,Marni Eliasen,Dánjal PoulsenErland Jacobsen.Kanjon framdi høvuðsar-

beiði (jørð-, kloakk-, be-tong-, timbur- stál-, snikka-ra- og lendisarbeiði)

Victor á Lakjuni sum framdi HVS-arbeiði

EL IN sum framdi sum El-arbeiði

Jan E. Andersen sum framdi Múraraarbeiði

AM-Máling við André Matras sum framdi mála-raarbeiði

Henry Sjóstein sum framdi gólváleggingarar-beiði

Sjálvt byggiarbeiðið byr-jaði í september í 2011 og byggiarbeiðið skuldi aftir ætlan standa liðugt á sum-ri í 2013, og nú vit skriva 9. november, standa vit her og kunnu taka Heimið við Vágna í nýtslu.

Vit hava fingið eitt sera vakurt røktarheim í vøkrum umhvørvi. Heimið liggur við vánna. Við sjógvin. Millum høgu fjøllini. Og undir einum endaleysum himmalhválvi. Útsýnið er

framúr gott. Her ber til at síggja hav, himmal, fjøll og virknu og hugnaligu Klaks-vík. Og vónandi fer tað at kennast fjálgt og heimligt at búgva her í Heiminum.

Og so var tað maðurin, ið helt fyri, at tað snýr seg ikki um, hvussu gamal tú ert, men um hvussu tú ert gamal. Og kvinnan, sum segði, at tað góða við at vera eldri er, at tú sleppur frá at vera ung.

Her kunnu fólk njóta lívins heyst saman, minnast heitu løturnar frá summari-num, tosa um várið, ið var, og gleða seg til komandi dagar.

Kanska eru fetini ikki so títt, sum tey einaferð vóru. Kanska er ferðin nakað lægri, enn hon plagdi at verða. Og kanska er orkan ikki endaleys, sum hon ei-naferð kendist at vera. Men her ber til at liva. At kenna seg væl og heima. At uppli-va og kenna hita og nær-veru. At vera saman.

Eg vil bera Heiminum við Vágna, starvsfólki og búfólki alt tað besta. Eg vóni, at tit veruliga fara at kenna tykkum væl og ken-na tykkum heima her í He-iminum.

Takk fyri!

Røðan sum borgarstjórin, Jógvan Skorheim, helt tá ið nýggja røktarheimið ”Heimið við Vágna” var alment tikin í nýstlu:

Sí fleiri myndir frá degnum á nordlysid.fo

Page 9: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 2013 9

Veðurgudarnir vóru ikki blíðir hendan dagin, hann brast á av norði við kavaro-ki, og so tjúkt var eina løtu, at tað stóð á at finna kring um í býnum.

Elly er 91 ára gomul, og ættað úr Norðistovu í Gerðum, ímeðan Eivind Niclasen er 95 ár og æt-taður úr Sørvági. Eivind er kendur sum reiðari og ein av eigarunum av gam-la Vesturvón, fyrst einum línubáti, ið bar hetta nav-nið, og seinni trolaranum av sama navni.

Móttøkan var ófør, børn, abba og ommu børn og eisi-ni langabba og –ommubørn vóru møtt og hartil starvs-fólkini á deildini á Røk-tarheiminum við Vágna. Eivind var óførur at práta og at spyrja inn til tey ymsu starvsfólkini, hvaðani tey

vóru og hvørji foreldur teir-ra vóru. Sjálvt um tað óivað virkaði teimum eitt sindur ófriðarligt við øllum hesum fólkunum rundan um seg á kamarinum, so tyktust tey bæði at taka tað sera róðli-ga og Tey vóru bæði eitt stórt smíl, tá tey enduliga sluppu at sita í sofuni í nýg-gju íbúð síni.

Næstur at flyta inn á Røk-tarheimið við Vágna var Danberg Vesturlíð. Sum sagt í byrjanini, so vístu veðurgudarnir seg ikki frá síni blíðastu síðu og tað sást ikki fram um nøsina, tá portørarnir frá sjúkrahúsu-num bóru Danberg inn á Røktarheimið á koyristóli sínum. Ein íbúgvi skuldi verið komin afturat mána-dagin, men hann flytur ikki inn fyrr enn mikudagin, so ídag hava fyrstu búfólkini,

Elly og Eivind og Danberg tikið Ellisheimið við Vágna í brúk.

Merry Hansen er deildar-leiðari á Røktarheiminum við Vágna. Í stuttum práti við Norðlýsið sigur Merry Hansen deildarleiðari, at starvsfólkini nú fara undir eina tilgongd at fáa húsið at virka í praksis. . 24 búfólk skulu inn her at búgva, trý hava makan við, so vit vera helst 27 ta avtornar.

Fyri at alt skal virka so væl og búfólkini skulu ken-na seg væl í nýggja heimi teirra, so hava vit valt at byrja spakuliga við at trý búfólk koma inn í dag, trý aftur mikudagin og so trý fríggjadagin.

Hvussu síðani verður farið fram, veldst alt um hvussu væl vit eru komin ígongd í hesi vikuni, sum tú

sært, so eru handverkarar-nir ikki heilt liðnir enn. Vit skulu í gongd við at gera mat á teim ymsu eindunum í húsinum, so her er nógv sum skal fáast upp á pláss og virka, men vit taka tað sum tað kemur og eg ivist onga løtu í at hetta fer at vera eitt gott heim at búg-va í.

Íalt eru 23 starvsfólk á stovninum, 21 røktarfólk, ein ergoterapeutur og so eg sum deildarleiðari, sigur Merry Hansen at enda.

F YRSTU BÚFÓLKINI KOMIN Á R Ø K TARHEIMIÐ VIÐ VÁGNA

Ikki sørt at tú sást gleðistár, tá Elly og Eivind Niclasen, sum tey fyrstu, fluttu inn á Røktarheimið við Vágna mánadagin, sum fyrstu búfólkini nakrantíð á nýggja heiminum.

Page 10: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 201310

Navn?Steffan Kalsø

Parlagsstøða?Havi eina vakra dámu: Jancy Poulsen, sum eg havi verið saman við í skjótt 10 ár. Vit eiga 1 ára gomlu Elin Sólju saman.

Hvar býrt tú?Oyrasundskollegiinum

Hvat lesur tú? Ella arbeiðir tú við?Lívfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Hvat fekk teg av landinum?Tað var ein blanding av at fáa mær eina útbúgving og at prøva okkurt nýtt.

Hvussu leingi hevur tú ve-rið útiseti?Næstan 3 ár.

Trívist tú? – og hvør er ors-økin til tað?Ja, eg trívist bara heilt væl.

Orsøkin til tað man nokk vera tann tætti felagskapurin í mil-lum føroysku útisetarnar her á Oyrasundi. – Bara á hæddini eg búgvi, eru tríggjar føroyskar familjur, har ávikavist maðurin ella konan koma úr Klaksvík. Sigast kann, at eg eri fluttur úr Klaksvík í eina lítla føroyska bygd í Danmark, har møgulei-ki er at koma út í ”stóra heim”, men har altíð ber til at venda heimaftur til sín trygga dunnu-hyl, har man hevur tað best.

Hvat tekst tú við eftir skúlatíð/arbeiðstíð?Nú man er vorðin pápi er tað sjálvsagt, at stórur partur av frítíðini fer til at undirhalda ok-kara fantastisku dóttir. Umframt tað, er lesnaður og fótbóltur tað, sum fer við restini.Hvat er tað besta við Dan-mark?Møguleikarnir man aldrin brúkar, men tað er gott at vita teir eru har, um nú eg fái brúk fyri teimum einaferð.

Hvat er tað ringasta?Bíðirøðir, Metro og buss.

Ætlar tú tær heimaftur?Í løtuni er tað eitt klárt JA – men eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi skal gista.

Hvat fær teg at leingjast heim aftur á klettarnar?Syðradalur, seyður, seyðarhøvd, sjógvur, Símun, Sørmund, skil-fólk og sovorði.

Hvørjum leingist tú mest eftir í Føroyum?Familju, vinfólki og náttúruni. Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan danskara?Tann týpiski danskarin er punktligur, frambrúsandi, dugir at tosa um onki og hevur lyn-di til at ”sýnast” (hava meining) um alt.

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan føroying?Ein týpiskur føroyingur dugir

væl at tillaga seg til umhvørvið og hevur ”tað gongur nokk tað heila” atburðin.

Føroyingar hava lyndi at ”dumma” seg við tí málsli-ga á donskum – tað ger seg mest galdandi fyrstu tíðina niðri. Hevur tú nakrantíð ”dummað” teg?Noy! - tvætl jú, eg havi dum-mað meg nakrar ferðir eftir hondini. :) Tá eg akkurat var fluttur niður fór eg inn í Kvickly at keypa mær eitt danskt telefonnum-mar. Eg fór inn í handilin og gekk yvir til diskin.Ein ung kvinna sat við kassan og spurdi: Kan jeg hjælpe dig med noget ?Eg svaraði: ja, må jeg be’ om et telefonummer.Eg sá at unga kvinnan innanfyri diskin bleiv eitt sindir illa við og ráðnaði.Hon spyr so: also mit ? Tá skilti eg, hvat eg hevði biðið um – tí betur stóð ein eldri

maður aftan fyri meg, sum fekk greitt hesa fløkjuna. Hann for-kláraði ungu kvinnuni, at tað nokk var eitt sim-kort, eg skuldi hava.

Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár?Vónandi í Klaksvík.

Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møguleikin her:Eg vil vegna tað danska kon-garíkið, í samráð við drotning Margrethu, Helle Thorning og Skarv, heilsa Karsten Joensen at hann skal siga frá í minsta lagið 24 tímar áðrenn hann ferðast til landið.

Føroyingar kenna føroy-ingar. Hvør útiseti skal standa fyri skotum næstu ferð?Jákup Pauli Lassen.

Útiset in hesaferð:

”Oyrasundskollegie er ein tr yggur dunnuhylur ”

Page 11: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 2013 11

Page 12: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 201312

STARVSLÝSING

Landsverk, Tinghúsvegur 5,Postsmoga 78, 110 Tórshavn

Tel. 340 800, Faks 340 801,[email protected], www.landsverk.fo

STARVSLÝSING

Landsverk, Tinghúsvegur 5,Postsmoga 78, 110 Tórshavn

Tel. 340 800, Faks 340 801,[email protected], www.landsverk.fo

Page 13: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 2013 13

Boks 139, Heiðavegur 26, 600 SaltangaráTel 41 70 00, [email protected]

www.runavik.fo

VERKFRØÐINGUR,ELLA BYGGIFRØÐINGURTIL TEKNISKU DEILD

Høvuðsverkevni• útstykkingar og byggibúning• byggimál• lendis- og býarplansmál• málsfyrireiking • luttøka í dagliga arbeiðinum á teknisku deild.

Førleikakrøv• verkfrøðingur ella byggi- frøðingur• nakað av royndum innan omanfyri nevndu arbeiðsøki• hollan telduførleika, serliga við vanligum kontórforritum og við AutoCad• góðan munnligan og skrivligan málførleika• opin og fyrikomandi og evni at samstarva.

Løn sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til tekniska leiðaran á telefon 417000, ella [email protected].

Starvið verður sett 1. Februar 2014, ella eftir nærri avtalu.

Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvi og møguligum viðmælum,skal vera kommunuskrivstovuni í hendií seinasta lagi 22. november 2013.

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum.

Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er trið størsta kommuna í landinum og búgva uml. 3.800 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa. Á Teknisku deild, sum er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, starvast starvast ein verkfrøðingur og ein byggifrøðingur, umframt leiðaran. Harumframt hava umleið 15 starvsfólk beinleiðis tilknýti til leiðaran á Teknisku deild.

kr

ea

. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .

amr.foamr.fo

Page 14: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 201314

Í Timburhandlinum á Kambsdali finnur tú alt tær tørvar til bygging, urtagarð, ítriv, hús og heim.

Starvsfólkið í Timburhandlinum á Kambsdali eru klár at veita tær ráð og vegleiðing.

Góð tænasta er okkara aðalmál.

Set teg í bilin og koyr teir 11 minuttirnar frá tunnilsmunnanum í Klaksvík og innar á Kambsdalar.Um 11 minuttir eru ov nógv, so tak telefonina og ger tínar bíleggingar tann vegin.

Bilar okkara eru í Klaksvík 2 ferðir um dagin.

So tað tú bíleggur fyrrapart veita vit seinnapart sama dag - ella tú bíleggur seinnapart og fær vøruna longu fyrrapartin dagin eftir.

Skalt tú hava bestu byrjanina - so royn okkum!

Bert 11 minuttirtil eina góða byrjan

”vIT GLEÐA OKKUM AT

SÍGGJA TEG Á KAMbSdALI.”

Gunnleif Berjasteindeildarleiðari

Jann Martin MortensenSølumaður

tel 44 44 41 · fax 44 48 41 · [email protected] · www.2x3.fo ·

Vit koyra til Klaksvíkar 2 ferðir um dagin!

Kambsdalur.indd 4 01-10-2013 18:05:27

Page 15: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 2013 15

Fiskimálaráðið

Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum, vinnuligum og vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um framleidnið í føroyskari fiski­vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.

Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til,

eru skipaðar í trý høvuðsøki:

• Royndarveiða og virðisøking av fiski.

• Burðardyggur fiskiskapur.

• Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni.

Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingarkunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.

Les meira á fvg.fo

Her finnur tú programmið fyri 2013­15 við fleiri undirpunktum, umsóknarbløð, veg­leiðingar og annað kunnandi tilfar.

Serligur dentur verður lagdur á, at:

• Vinnan tekur lut í verkætlanini.

• Eginfígging ella onnur fígging er.

• Samstarv er við almennar og/ella privatar samstarvsfelagar í Føroyum og/ella uttanlands.

• At verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini.

Fiskivinnuroyndir kunnu útluta tilsamans 3,8 mió. kr í 2014 til nýggjar og verandi verkætlanir.

Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuniat søkja um stuðul til setan av vinnugranskarainnan fyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50% (max. 300.000 kr. um árið í 3 ár). Um tørvur er á at orða hugskot til Ítøkiligar verkætlanir, ber til at seta seg í samband viðsamskiparan um hetta. Áhugað eru eisini vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara, við møguligum spurningum. Umsóknir skulu vera samskiparanum í fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagimánadagin 18. november 2013 kl. 12:00. Jákup Mørkøre, samskipari

tel.: 35 30 30 fartel.: 55 32 48t­post: [email protected] Umsóknir skulu sendast til:

Fiskimálaráðiðatt.: Samskiparin í fiskivinnugranskingPostboks 347Yviri við Strond 15FO 110 Tórshavn Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsinsfíggjarlóg fyri 2014.

FISKIVINNUROYNDIR 2014 LÝSING EFTIR UMSÓKNUM

Page 16: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 201316

Page 17: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 2013 17

Page 18: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 201318

Nógvar fúsar røddir vóru á røðarapallinum hendan dagin. Limir úr Viðare-iðis Kommunu, bygdafólk, skúlastjórin, limir í Men-tamálaráðnum og bispur og onnur. Ein hátíðarløta hjá viðingum.

Tað er eingin loyna, at seinastu árini hevur verið ov trongligt í Viðareiðis Skúla. Teir yngstu flok-karnir hava hildið til uppi í Missiónshúsinum, sum er tætt upp á skúlan. Hetta hevur ikki verið nøkur va-randi loysn.

Næstsíðsta valskeið hildu bygdaráðslimir við núve-randi borgarstjóra, Hans Jákup Kallsberg, á odda, at nú var nokk. Støða varð tikin til, at byggjast skuldi upp í skúlan. Ein neyðug avgerð.

Eldri parturin av Viða-reiðis Skúla varð vígdur 6. desember í 1986 av bispi-num Eyvindi Wilhelm. Tá var gamli skúli frá 1886 vorðin ov lítil. Hundrað ár í millum hesar skúlar. – Í Ja-nuar varð uppíbygningurin reistur og leygardagin varð

hann alment tikin í nýtslu.Viðareiðis Kommuna er

ein av fáu kommununum í Føroyum, ið standa í vøks-tri. Og tískil má hetta verða ein týðandi bygging fyri framtíðarmenningina hjá kommununi.

Allar myndirnar, ið verða

vístar í blaðnum og sum eru at síggja á heimasíðuni, eru frá Gunrið Kallsberg og Helenu Kallsberg. Tøkk fyri vælvild.

Danial Viðoy

NÝGGI BYGNINGURIN Í V IÐA REIÐIS SKÚL A A LMENT TIK IN Í NÝ T SLUNú er nýggi bygningurin í Viðareiðis Skúla alment klárur til brúk. Hetta var framt á samkomu leygardagin 9. november, tá ið nógv fólk var samankomið. – Bæði næmingar og lærarar gleðast, nú nýggi bygningurin er komin, tí áðrenn var heldur trongligt hjá øllum at rúmast.

Page 19: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 2013 19

Danial Viðoy

Góðan dag, og hjartaliga vælkomin til hesa hátíðar-løtu, nú tann nýggi skúla-bygningurin verður alment tikin í brúk.

Tað er eitt stórt stig og ein stór avbjóðing hjá einari kommunu í okkara stødd at fara undir at gera eina so stóra útbygging. Tað er ein sonn frøði, at vit hava menn og kvinnur í bygdini, sum tora at taka stig og hugsa frameftir, tí um eini bygd skal verða lív lagað, so er neyðugt at skapa umstøður, sum fáa fólk at trívast og støðast í bygdini.

Vit, sum hava okkara dagligu gongd her í skúla-num, tað verið seg læra-ra, næmingar, vaskikonur, húsavørður og onnur, sum hava tilknýti til skúlan, vit hava glett okkum rættiliga nógv til at skúlin skuldi verða liðugur. Nú er skúlin liðugur, og vit fegnast um tann prýðiliga bygning vit hava fingið.

Her á vegginum hongur ein mynd, sum Arnhold Vegghamar hevur málað. Myndin er av barnaheimi listamálarans, men myndin

er eisini av fyrsta almenna skúlanum í bygdini. Tað var í 1879, at ein maður, Heini Joensen, sum var æt-taður úr Funningi og hevði tikið læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1874, kom til Viðareiði at búgva. Eingin skúlabygningur var í byg-dini um hetta mundi, so Heini helt skúla heima við hús, men við einum skúla-barnaflokki uppá umleið 25-30 er eyðsæð, at tað man hava verið trongligt, og tí varð farið undir at byggja nýggjan skúla úti á Bak-ka, og varð hesin liðugur í 1885.

Vit eru mong inni her í dag, sum hava gingið í skúla úti á Bakka, og vit kunnu minnast afturá, hvussu tann tíðin var. Tá vit gingu í skúla, vóru krøvi-ni ikki so stór. Vit høvdu lesi- og roknibókina, sum vit høvdu arvað frá eldru systkjum ella frá øðrum í familjuni. Tað var har vit lærdu søguna um: Per, sum átti ein hund, sum at Snar. So høvdu vit eina sálmabók og eina bíbilsøgu umframt eina skúlatasku og eitt penalarhús – alt arvagóðs.

Tíðir broytast og krøvini til skúla broytast við. Tá skúlin úti á Bakka nær-kaðist teimum hundrað, dugdu tey, sum tá star-vaðust í skúlanum og ráddu fyri borgum í bygdini, at síggja, at neyðugt varð at byggja nýggjan skúla, um vit skuldu fylgja tíðini. Við hesum í huga varð farið til verka at byggja nýggjan skúla, sum kom at standa væl fyri her mitt í bygdini, og stóð hesin skúli liðugur í 1986.

Tað var ein stór koll-velting, at vera við til at flyta av bakkanum og eystur á eiðið. Í nýggja skúlanum fingu vit køk, smíðstovu, handarbeiðsstovu, læra-rastovu og ikki at gloyma eina fimleikahøll. Vit fingu alt, sum vit høvdu brúk fyri, og vit hildu kanska eisini, at hetta var tann fullkomni skúlin, sum fór at nøkta tør-vin í minst hundrað ár.

Tá skúlin varð tikin í brúk í 1986, var skúlabar-natalið 33 - 17 gentur og 16 dreingir.

Tað eru nógvar broy-tingar farnar fram tey sei-nastu 20 árini, og er tað ser-

liga á tí tøkniliga økinum. Pappír og blýantur verða enn brúkt, men tey eru í harðari kapping við teldur, I-Pad og fartelefonir. Krit og grøna talva eru skiftar út við samvirknar talvur og við hesum kunnu vit hava samband við allan heimin inni í okkara skúlastovuni her á Viðareiði.

Við øllum tí nýggja, sum komið er, hevur ve-rið trongligt í skúlanum tey síðstu árini, og kom tað sera væl við, tá skúlastýrið og kommunan funnu eina loysn, sum var at leiga ok-kum inn í kjallaran í mis-siónshúsinum, men í long-dini var tað ikki nóg gott, og tí varð stig tikið til at byggja uppí skúlan.

Nú skúlin er liðugur, kunnu vit fegnast um tær góðu umstøður vit hava fingið. Hvør flokkur hevur sína egnu skúlastovu, vit hava pláss fyri stórum og smáum bólkum, sum kun-nu arbeiða sjálvstøðugt, ymsastaðni á skúlanum.

Lærararnir og skúlatæna-rin hava fingið sítt egna ar-beiðsrúm, og smíðstovan er flutt niður í kjallaran.

Skúlastovurnar í tí gam-la bygninginum verða nú brúktar til m.a. matarhøli, matgerð, bókasavn, heilsu-systir og tónleik. Og ikki minst, tá inniveður er, hava næmingarnir gott pláss til spæl og hugna.

Í dag er skúlabarnata-lið 42 - 15 gentur og 27 dreingir.

Tað er gott at hava góðar umstøðum at reka ein skúla, men ein skúli er meira enn ein bygningur. Ein skúli er staðið, har okkara næsta ættarlið verður formað.

Uppgáva fólkaskúlans er, við støði í heimligari men-tan og í samstarvi við forel-drini, at skipa soleiðis fyri, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðs-hættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næmingi-num í fjølbroyttu, persónli-gu menningini.

Fólkaskúlin eigur at ska-pa umstøður so góðar, at næmingarnir kunnu menna sítt hugflog og hugin til at læra. At teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting og støðutakan og búnast í treysti til sín sjálvs

og til teir møguleikar, sum eru í felags- skapinum.

Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingu-num eina kristna og siða-lagsliga uppaling.

Undirvísing og geran-dislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tol-lyndi, javnvirði og fól-karæði.

Um vit skulu røkka málu-num sum fyriskipaði eru í fólkaskúlalógini, so hevur tað stóran týdning, at vit finna okkum eitt arbeiðs-stev, har tað er gott sam-starv millum lærarar og næmingar og næminganna millum. Tað hevur eisini stóran týdning, at tað er gott samstarv millum heim, skúla og skúlastýrið.

Við hesum fari eg at ynskja okkum øllum góða eyd-nu og Harrans signing við nýggja skúlanum.

Takk fyri.

ritstj: DV

Røðan hjá Jensebeth Absalonsen skúlastjóraJensebeth Absalonsen er sum sagt skúlastjóri. Men hon er allarhelst eisini tann, ið hevur virkað mest innan skúla á Viðareiði. Hesin nýggi skúlabygningur, sum hon nú sleppur at búleikast í, er hin triði skúla-bygningurin hjá henni. Hon fekk um endan av “Gamla Skúla”, hevur verið allatíðina í nýggja skúlanum og nú í nýggjasta bygninginum.

Ragnheiður og Noomi hava glett seg nógv til nýggju umstøðurnar í skúlanum. Síðani skúlabyrjan, so at siga, hava næmingarnir hildið til í nýggja bygningi-num. Og tað hevur verið spennandi.

Ragnheiður:- Tað besta við nýggja

skúlanum er alt tað nýggja. Serliga eru tað stólarnir og borðini, sum eru nógv betri enn teir gomlu, fortelur ein væl nøgd Ragnheiður.

Spurd um hon lærir meira í nýggja og rúmliga skúla-bygninginum, er hon tó eitt sindur í iva. – Jú kanska eitt sindur; tað er ið hvussu er stuttligari í skúlanum nú,

sigur Ragnheiður.

Noomi:Noomi dámar eisini væl nýggju umstøðurnar. – Eg haldi at skúlin er góður, tí

har er so gott pláss, byrjar Noomi at greiða frá.

- Vit læra kanska ikki meira enn fyrr, men tað er eitt sindur stuttligari at hava fríkorter nú, tí nú

kann man gera nógv meira inni, sigur hon.

Møguleikarnir uttan fyri skúlastovurnar eru bæði praktiskar og hugnaligar. Sofur og ein stór “aula” at

reika runt í. Umframt hetta er økið kring skúlan ikki at forsmáa; vøllur, reiggjur og annars stór vídd.

”RÚMLIG ARI OG STUT TLIG ARI”Ragnheiður Viderø og Noomi Brend, sum ganga í fimta flokki í Viðareiðis Skúla, eru sera glaðar fyri nýggju og betru umstøð-urnar. Umstøðurnar og karmarnir í skúla-stovuni og uttan fyri skúlastovuna er vorðnar væl betur, nú skúlin er vorðin rúmligari.

Page 20: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 201320

Tað er vert at nevna, at Jóg-van var sóknarprestur á Viðareiði, tá ið hin “nýggi” skúlin varð vígdur í 1986. Hann hevur so statt verið við til at vígd tann fyrra bygningin og síðani signað tann seinna. – Viðareiðis Skúli er eina ferð vígdur og tískil var nokk við sig-ning hesaferð, sigur bispur. Her endurgeva vit orðini hjá Jógvani Fríðriksson á samkomu leygardagin 9. november:

Lívsins skúli er ein aft-urvendandi máliska. Vit læra við at vera við í verki á sjógvi og landi, í bø og haga, í bakka og bjørgum.

Svá hevur verið í øldir,

at vit læra á tann hátt, at børn og ung eru við í verki, síggja og nema sær kunn-leika. Nakað av hesum er enn, men einki stendur í stað, hvørki samfelagið, bygdasamfelagið ella tað mynstur, ið skipar lívið.

Í dag tykist mær, at skúlin er staðið, ið skapar og mennir eitt samfelag. Tá ið eg á fyrsta sinni fór í skúla á Strondum livdu vit øðrvísi enn í dag. Ein kúgv stóð á bási í kjallaranum, tey flestu húsarhaldini høv-du hønur, lunnindi í bø og haga góðu eplir og kjøt. Einans nakar fáar ljósper-ur lýstu í onkrum glugga,

Góðan dagin og enn eina-ferð hjartaliga vælkomin.

Jensebeth hevur greitt so væl frá skúlasøguni á Viða-reiði, so eg fari at nevna eitt sindur um, hvussu stórt og drúgt arbeiði tað er at gera eina so stóra verkætlan, hjá einari so lítlari kommunu sum okkara.

Tann 6. decembur 1986 var stór fjøld av fólki ko-min saman her á staðnum at hátíðarhalda ta størstu íløgu, sum kommunan tá hevði gjørt, tá ið nýggjur skúli varð tikin í brúk.

Tað vóru tá meir enn 100 ár ímillum skúlan á Bakka-num og tann nýggja.

Fyrstu ferð at uppskot um at byggja nýggjan skúla varð lagd fyri bygdarráðið, var á fundi 23. mai 1975. Tó gekk spakuliga við máli-num, tí ikki fyrr enn í ja-nuar 1978 varð nevnd vald at taka sær av málinum, og 1 ár eftir vóru tekningar á borðinum í bygdarráðnum. Hesar tekningar vóru grun-darlagið til tann skúla, sum varð vígdur tann 6. decem-bur 1986. Tá vóru meir enn 11 ár síðan fyrireikingarnar fóru í gongd.

Skúlin kostaði omanfy-ri 10 milliónir og var 750 m2 til støddar. Tað gav ein kostnað, sum lá millum 13 og 14 túsund kr. pr. m2.

Sum Jensebeth nevndi,

hevur verið leigað í kjalla-ranum í missiónshúsinum nú í nøkur ár, sjálvsagt var hetta ikki ein varandi loysn.

So fyri knapt 4 árum síða-ni, í feburar 2010 var up-pskot um at byggja skúlan út lagt fyri bygdarráðið. Í viðgerðini varð tosað aft-ur og fram um, hvussu vit skuldu skipa eina so stóra verkætlan. Semja varð um, at alt skuldi gerast fyri at fáa eina samkomuhøll til

mentanarlig tiltøk o.a við í útbyggingina (tað er so het-ta hølið, vit eru í nú). Up-pskotið, at byggja skúlan út, var einmælt samtykt.

Kommunan vendi sær til skúlastýrið fyri at fáa at vita, hvør tørvur var á skúlastovum o.ø, soleiðis, at arbeiðast kundi fram-haldandi við málinum og fáa tekningar gjørdar.

Skúlastýrið arbeiddi skjótt, tí fyrsta uppskot til

tekningar var lagt fram longu í mai 2010. Hesar tekningar vóru so undir viðgerð bæði í skúlastýri-num og bygdaráðnum tað, sum eftir var av 2010. Við ársskiftið var hildið, at vit vóru komin á mál við tek-ningunum, og vóru tær tá sendar til Mentamálaráðið til góðkenningar.

Bygdarráðið hevði fund við Mentamálaráðið í mars 2011, har tekningar vóru

til viðgerðar. Úrslitið av tí fundi var, at tekningarnar skuldi broytast munandi fyri at verða góðkendar.

Tí var heitt á skúlastýrið og ráðgeva, um at skipa fyri at vitja nakrar skúlar, fyri at kunna fáa eitt yvirblik yvir, hvussu teir nýggjastu skúlarnir vóru bygdir. Út frá tí arbeiðinum fingu vit nýggjar tekningar, sum blivu góðkendar á fundi í bygdarráðnum í mai 2011.

Tær tekningarnar eru so grundarlag fyri hesum stás-bygningi, vit nú taka í brúk.

Í august 2011 var samtykt í bygdarráðnum at taka lán frá Bank Nordic til útbyg-gingina.

Síðan var arbeitt við at ogna okkum meira lendi, fyri at fáa eina nýggja at-gongd til økið o.s.v.

Í januar 2012 var útgra-vingin boðin út, og í febru-ar tók kommunan av tilboði frá sp/f Grevstur, ið hevði lægsta boð.

Síðani var sjálv byg-gingin av skúlanum boðin út, og tann 1. mai var sam-tykt at taka av lægsta til-boði, sum var frá NH be-tong.

Í tilboðnum frá NH be-tong var eitt alternativt orkutilboð uppá eitt jarðhi-taanlegg, og av ráðgeva var tilmælt kommunu at taka

av tí tilboði. Hetta var sam-tykt á fundi tann 25. sep-tember 2012.

So vit hava við útbyg-gingini av skúlanum eisini fingið ein grønan skúla.

Útbyggingin hevur eina samlaða gólvvídd á 1100 m2 og kostnaðurin, sum ikki er endaliga uppgjørdur enn, liggur um 11,5 millió-nir, t.v.s undir 11 túsund kr. pr. m2.

So sigast má, at vit hava fingið ómetaliga nógv fyri pengarnar.

Mítt hægsta ynski er, at skúlin og teir karmar, sum her eru skaptir, verða nógv nýttir av øllum viðoyingum eisini eftir skúlatíð, bæði til álvara og gaman.

Eg fari hervið at takka skúlastýri, ráðgeva, ar-beiðstakara og undirveita-rum og annars øllum, sum hava verið við í verkætlani-ni, fyri gott samstarv.

Til seinast fari eg at ynskja viðoyingum tilluk-ku við nýggja skúlanum og vóni, at øll í ferðast innan hesar veggir verða góð við skúlan.

Takk fyri.

Hans Jákup Kallsberg, bor-garstjóri

ritstj: DV

Røðan hjá Hans Jákup Kallsberg borgarstjóraHer endurgeva vit røðuna, sum borgarstjórin á Viðareiði helt til hátíðarløtuna leygardagin 9. november. Her nemur hann m.a. við prísin á hesum nýbygningi í mun til eldra bygningin. Og munurin er lítil, hóast nógv ár eru gingin.

Viðareiðis skúli signaður - ástøði fólkaskúlansJógvan Fríðriksson bispur signaði nýggjasta partin av skúlanum leygardagin 9. november.

Framhald á næstu síðu

Page 21: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 2013 21

nakað av torvi og einamest kol gav hita og fløva innan-veggja.

Hetta er ein farin tíð, og fá handalig yrki klára seg í dag uttan holla bókliga vi-tan. Uttan skúlan koma vit onga leið, og hin bókleysi situr fjálturstungin hjá sær sjálvum tann meldur av vitan, sum allir nútímans sosialu miðlar bera okkum.

Eisini viðingar tóku menningina til sín og byg-du skúlan á Bakkanum. Tað var eitt stórt frambrot, tá ið núverandi skúli var bygdur miðskeiðis í átta-tiárunum. Skúlin heimi á Bakkanum hevði lagt lun-nar undir menning og væl kom burturúr. Men tíðin setti onnur krøv, og skuldu viðingar fylgja við tíðini, og ungdómurin hava nakað at venda aftur til eftir læru og skúla, so var neyðugt at børn teirra fingu umstøður við skúla og námsfrøði. Eingin fólkavøkstur uttan skúla og námsfrøði.

Við nýggja skúlanum vóru vit væl fyri á Viða-reiði, skúlin hevði góðar karmar og dugnaligar ken-narar, dugnalig starvsfólk.

Tað hevur glett meg at fylgt við í tí, ið viðingar takast við. Ynski bygdar-ráðnum, skúlan leiðslu og kennarum, børnum og viðingum øllum tillukku við teimum snotiligu kør-munum, nú skúlin á Viða-reiði er vaksin munandi og dagførdur. Hetta ber boð um bjarta framtíð, teimum, ið her búgva til gleði, fræg-dar og trivnað.

Tað er eitt orð úr hal-gubók, ið afturvendandi kemur mær til hugs, tá ið skúlin og skúlans viður-skifti verða umrødd. Orðt-øk Sálomons siga: “Vísdóm at vinna er betri enn gull, vitsku at vinna er meiri enn silvur.” (16,16).

Vísdómur og vitska eru tvinni hugtøk, ið lýsa før-leika og menning lívsins. Hugtøkini eru jalig og siga frá dygd og góðsku. Sjálvt um orðini líkjast og liggja tætt hvørt at øðrum, so er eyðvitað ein munur.

Vitska er gløggskygni, vit og skil. Talan er um til-vit og medvit. Vitskan kann mennast við læru og lærdó-mi, tað at nema sær kunnle-ika og søkja frøði.

Vísdómur fevnir um vi-tan og kynstrið at gagnnýta og handfara sína vitan. Tað letur seg væl gera at hava vitsku og eitt minni mál av vísdómi. Tess vegna er vitskan silvur. Hinvegin kann tann, ið hevur av-markað mál av vitsku, vera

vísur og bera seg skilagott at og megna lívið. Tess veg-na er vísdómur gull.

Hesi bæði hugtøkini nema á ein serligan hátt fólkaskúlan. Børnini gan-ga í skúla til tess at læra og menna sína vitan. Skúlin fyri øll, fólksins skúli, ge-vur við síni frálæru eina vitan, sum leggur lunnar undir barnsins framtíð. Á hesar lunnar byggir bar-nið sítt vaksna lív í yrki og frítíð. Vit kunnu spyrja, um nú fólkaskúlin er skúlin fyri øll?

Ein hollur fólkaskúli er ein fortreyt fyri einum samfelag, ið skal menna sín innara marknað og virka javnbjóðis við aðrar tjóðir í altjóða samfelagnum. Bæði tann bókliga yrkisleiðin og tann verkliga lívsleiðin in-nan handverk krevja lunnar, ið verða lagdir í barna- og ungdómsárum. Tess vegna er fólkaskúlin ein sera týd-ningarmikil íløga til gagns fyri samfelagið og lívsvirði hins einstaka.

Millum tær hørðu lærugreinirnar finnast lærugreinir, ið gagna lívi-num á ein heilt annan hátt. Tey bleytu virðini eru eisini umboðað innan skúlagátt t.d. í tónleiki, myndlist og átrúnaði. At lívga tey bleytu virðini og læra børnini um lívið, tað at trívast og skapa trivnað, júst hetta elur vís-dóm. Børnini skulu ikki ei-nans hava eina holla vitan.

Viðhvørt vera ávísar lærugreinir t.d. sangur, átrúni og fimleikur fyri vanbýti og mettar óneyðu-gar. Vit eiga at varnast, at tað er tað óneyðuga, ið ber tað neyðuga. Tey bleytu virðini eru vegurin til triv-naðin, ið aftur økir um vís-dóm, og vísdómurin gagnar í øllum lívsins viðurskift-um.

Sum tikið verður til í orðtøkunum : “Tann, sum er vísur í hjarta, verður kal-laður hyggin, og søtleiki varranna økir um lærdóm.” (16,21)

Langt aftur í gamla tíð hevur skúlin lívgað um og verið lívgaður av bæði he-imspeki og kristindómi. Tað var skúlanum um-ráðandi, at børnini ikki ei-nans vóru vitandi, men vís. Tí vitan er silvur, meðan vísdómur er gull.

Á okkara leiðum hevur fólkaskúlin verið nær teng-dur at kristnari trúgv. Tey kristnu virðini eru í skúlans høpi ein arvur, ið er verdur at lívga. Hin kristna trúg-vin í samanrenning við ja-liga hugsan og hugtøk sum virðing og tolsemi skapar ein gróðrarbotn, har vita-nin grør og mennist sum

vísdómur.Líkasum tann grikski

skúlin í fornari tíð vaks og mentist við grikskari heimspeki, soleiðis er tann føroyski skúlin vaksin og mentur við kristnari hug-san. Tað er ikki ov mikið sagt, at kristnin í breiðum týdningi hevur verið við til at menna føroyska skúlan til tað, ið hann er í dag.

Tað letur seg ikki gera at reka ein skúla uttan ástøði. Óhugsandi at menna ein skúla, eitt land ella fólk uttan ástøði. Er tað ikki kristindómur, so verður tað okkurt annað. Tað er júst tess vegna, at mentanin er ymisk frá einum landi til annað.

Tíðin stendur ikki í stað, og skúlin eigur at menna børnini til víðan sjónarring. Tað er umráðandi, at børni-ni verða vís og ikki einans vitandi. Tey vísu hava størri møguleika at megna ta av-bjóðing, sum tað veruliga er at liva mitt í lívinum í einum meldri av ymiska-ri áskoðan innan átrúnað, heimspeki og politikk. Tí eisini her er tað galdandi, at vitan er silvur, og vísdómur gull.

Bæði sum grundvøllur og hægsta mál er eitt navn gagnligt í skúlans høpi. Guðs navn og Jesu navn. Maðurin Jesus, ið ikki ger mannamun, kallar øll inn undir sítt veingjabreiði. Je-sus er verdur at nevna eisini innan skúlans gátt.

Vit lýsa Guðs frið og sig-ning yvir Skúlan á Viðare-iði við bøn um, at børn og vaksin mega fáa gagn og frægd av skúlans virki.

Faðir vár, tú sum er á himlinum!

Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði

vilji tín, sum í himni, so á jørð.

Gev okkum í dag okkara dagliga breyð, og

fyrigev okkum syndir okkara, so

sum vit eisini fyrigeva te-imum, ið móti

okkum synda; og leið ok-kum ikki í

freistingar; men frels ok-kum frá tí

illa; tí at títt er ríkið, val-dið og heiðurin

um allar ævir! Amen.

Í navni faðirsins, so-narins og heilag andans verður skúlin signaður og tikin í nýtslu. Amen.

ritstj: DV

Kundi tú hugsað tær lærupláss innan sølu og handil? So er tað helst tær vit leita eftir!

Vit bjóðaStøðisútbúgving innan sølu hjá føroyskari fyritøku í støðugum vøkstri. Vit kunnu bjóða eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss við nógvum avbjóðingum.Meiri sæst um virksemið hjá KBI á heimasíðu okkara, www.kbi.fo

StarviðTú kemur at virka sum sølufólk, har tú skalt røkja uppgávur innan sølu í handli.

LærutíðinEr 3 ár, um umsøkjarin hevur lokið FHS ella SIT prógv, og 2 ár, um studenta, HH ella HT útbúgving er lokin.

Vit væntaAt tú ert ágrýtin, fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur, effektiv/ur, tænastusinnað/ur, røkin og fús/ur at ráðgeva og selja, umframt at tú hevur viljan at læra og verða virkin í arbeiði, ið hevur nógvar dagligar avbjóðingar.

Løn og setanartreytir eftir avtalu.

Umsóknarfreistin er 25. nov 2013, og umsókn, saman við viðkomandi skjølum skal sendast til:

[email protected]/f KBI Postboks 354710 Klaksvík

Meiri fæst at vita við at venda sær til Karl Birgir Isaksen á tlf. 230200.

Framhald av síðu 20

Page 22: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 201322

FororðNógv er sagt og skrivað um fiskivinnusøgu Føroya, men tað eru enn økir, sum eru ov illa lýst. Í øllum vin-num henda av og á avgeran-di broytingar, sum seta mark ímillum tíðarskeið. At flekiborðini komu um-borð á sluppirnar, var ein slík broyting.

Vit hava hoyrt nógv um, hvønn avgerandi týdning teir nýggjaru trolararnir, sum komu aftaná kríggið, fingu fyri okkara samfelag. Men vit hava kanska hoyrt í minna lagi um, hvussu lívið var umborð. Tað varð gingið 3-skiftisvakt: tú ar-beiddi í 12 tímar og hevði so frí í 6 tímar, osfr. Hetta helt á, uttan íhald, frá tí, at túrurin byrjaði, til farið varð at sigla heim. Arbeitt varð dag og nátt, tað var einki, sum æt heilagt, ar-beitt varð hvønn sunnudag, skírisdag, langa fríggjadag, 1.páskadag – ja hvønn tann einasta dag. Menn gjør-dust sjálvandi lúgvaðir og mistu dagaskilið og fingu ongantíð hvílt seg. Um sætt skal sigast, so var hetta ræt-tiligt trælalív.

Sum steinur oman á byrðu var tað ikki óvanligt “at bróta vakt”, t.v.s. at ski-parin kravdi, at teir arbeid-du longri enn teir ásettu 12 tímarnar. Tað, sum teir arbeiddu út um teir 12 tí-marnar, stytti tilsvarandi um frívaktina, sum var 6 tímar!! Viðmerkjast skal tó, at teir ongantíð brutu vakt hendan túrin við Jóannesi Patursson.

Í 1957 varð farið yvir til at arbeiða “6 og 6”, og tað var ein minnilig hending í søgu trolaramanna. Tað var heilt eitt annað lív, og hartil avrikaði fólkið meira enn frammanundan, tí her vóru stundir at hvíla og menn vóru væl upplagdir.

Ein túrur við “Jóannesi Patursson” í 1952Aftaná kríggið var Klak-ksvík ein býur í rívandi vøkstri. Tað var ein vøkstur, sum hevði sína rót í eini fi-skivinnu í menning. Tá var einki, sum æt studningur, og allir menn máttu sjálvir royna at finna sær arbeiði.

Gravgangur var um tey bestu arbeiðsplássini, sum vóru tey umborð á nútí-mans trolarunum.

Tað stóð ein serligur rómur um trolaramenninar. Teir høvdu eitt hart lív, men tað vóru eisini teir, sum vunnu mest av peningi, og sum fyrstir kundu fara un-dir at byggja sær hús.

Um heystið 1951 keyp-ti Kjølbro “Jóannes Pa-tursson”, sum vanliga varð róptur “Bóndin”, frá upprunaligu eigarunum í Havn. Hans Pauli hjá Mor-tani førdi trolaran, meðan hoyrdi heima í Havn, og hann helt fram sum skipari.

Hans Jakku Fuglø var trúlovaður við Marjun í Lágbø úr Mikladali; hon ótolnaðist eftir at giftast, men fyrst máttu húsini fáast til vega, og har skuldi peningur til. Og hvar kundi tú skjótast vinna nakað mu-nandi av peningi? Hevði borið til at sloppið við Bón-danum, so hevði verið slop-pið, hugsaði Hans Jakku.

Hans Jakku fór heim til Evald Kjølbro privát og pikkaði á dyrnar og segði síni ørindi. Evald segði: “Ert tú ikki sonur Edvard uppi á Laði?” – “jú”. “So skalt tú sleppa við.” Edvard uppi á Laði var ikki hvør sum helst. Tað bar so á, at Hans Pauli var inni hjá Evaldi, tá Hans Jakku kom har, so hetta var leyst og liðugt alt í einum

Her skal sigast frá næsta túrinum – um várið 1952 - sum Hans Jakku var við Bóndanum. Teir gjørdu seg út til og fóru á ein salt-fiskatúr undir Íslandi. 36 mans vóru við.

Veðrið var hampuligt, tá ið teir komu til Íslands og kastaðu, men fiskiskapurin var vánaligur. Tá ið teir høvdu roynt eina viku, høv-du teir 20 tons av saltfiski í lastini, og tað hevur skipa-rin helst ikki verið nøgdur við.

So ein dagin fór skipið at sigla. Eingin visti, hvat ið hann nú ætlaði – kanska flutti hann bara at vita, um tað ikki var frægari on-kra aðra staðni. Slíkt bleiv manningin ikki kunnað um.

Tað endaði við, at Bón-din legði at bryggju í Reykjavík.

Boð komu til manningi-na, at allir menn skuldu koma upp á brúnna og venda sær til fjarritaran. Tá í tíðini var tað eitt krav, at trolararnir skuldu hava fjarritara umborð, og her var tað Pól Sørensen, sein-ni deknur í Havn, sum var fjarritari.

Íslandstúrur verður til GrønlandstúrNú fáa menn at vita, at skipið skal til Grønlands, og hvør maður skal siga fjarritaranum, hvat honum tørvar meira av útgerð til hesa ferð. Skiparin gjør-di av, at allir skuldu hava nýggjar langar styvlar, og harumframt kundi hvør maður bíleggja tað sum hann hevði tørv á: vøttir, húgvur ella hvat ið tað nú kundi vera. Fjarritarin skri-vaði alt upp, og hetta varð so fingið skipshandlara-num, sum síðani útvegaði alt og kom umborð aftur á skipið við allari útgerðini. Kostnaðurin varð so dri-gin frá hjá hvørjum manni, tá ið túrurin einaferð varð avroknaður. Nakað av pro-vianti varð helst eisini tikið í Reykjavík.

Av Reykjavík lá so le-iðin norður á Hvalfjørðin at taka olju, so at allar ol-jugoymslur vóru fullar, tá leiðin varð løgd vestur um hav. Hetta var fyrr uppá árið, enn vanligt var at fara til Grønlands.

Skiparin gav fjarritara-num tey boð, at hann skul-di ikki tendra sendaran, tí eingin skuldi vita, hvar ið “Jóannes Patursson” var! Bróður skiparans, Kaj, var tann einasti, sum visti um hesar ætlanir hansara.

Menn vóru farnir frá húsum á ein saltfiskatúr á Suðurlandið. Og nú varð so lagt á fjørðin, við kós beint ímóti Kappanum. Tað vóru ikki allir so fegnir um hetta. Edvard í Svínoy var

ein av manningini; í Hans Jakku sa eygum var hann ein eldri maður tá. Tá letur í honum: “Noy, nú dámar mær onki”. Hans Jakku spyr hann, hví hann sigur soleiðis, men hann endurte-kur bara tað sama: “Noy, nú dámar mær onki.”

Spurdi ongan til ráðs ..Hans Pauli segði einaferð, at hann hevði ongantíð spurt nakran til ráðs um, hvat ið hann skuldi gera. Hann tók sjálvur allar neyðugar avgerðir.

Tað er ikki so langt at sigla úr Íslandi vestur á Kappan; veðrið var gott og skjótt sóu vit land. Men tá ið teir nærkaðust Kappa-num, rendu teir seg í ís. Har var ein ísbrúgv at síggja, so langt sum eygað rakk, so har var einki at gera uttan at sigla fram við ísbrúnni suður vestur eftir.

Hann var landnyrðingur í ættini og veðrið var hampi-ligt, men tað vísti seg ongan enda at taka. Um tað vóru 100 ella 200 fjórðingar, teir sigldu suðureftir, minnist Hans Jakku ikki, men tað kendist sera drúgt.

Ein dagin, meðan Hans Jakku hevði róðurtørn, kom ein skvampur og breyt vin-deygað á brúnni, har Hans Pauli altíð stóð og hugdi fram ígjøgnum. Sjálv ram-man brotnaði, men rúturin var óskalaður. Hans Pauli bað Hans Jakku fara niður í maskinrúmið og royna at fáa vindeygað í rættlag af-tur. Hans Jakku so gjørdi, men tá hann skuldi seta tað í á brúnni var tað soleiðis háttað, at tað bar ikki til at draga tað upp og niður. Tað endaði við, at eitt vindeyga við síðuna av bleiv skrúvað frá og sett har, sum Hans Pauli stóð. Hitt nýgjørda vindeygað bleiv so sett fast við síðuna av.

Til endans fóru rivur at síggjast í ísinum, og Hans Pauli var ikki seinur at roy-na at sleppa sær inn ímil-lum, har sum glopp var.

Har vóru einkult rættiliga stór stykkir at síggja, og tað sá ikki sørt hættisligt út, men tað gekk alt væl.

Komnir vestur um ísin, varð ferð sett á norðureftir; tá ið vit komu norður í Ju-liannuhåbsvíkina var dýrd-arveður. Havið var spegils slætt, og sólin skein, og alt var so vakurt at síggja. Nógv lív sást eisini og tað var ikki langt ímillum, at stórhvalblástur sást omaná. Tað varð ikki steðga á – le-iðin lá beint norður á Fyl-labank.

Teir kastaðu beinanveg, og har var fiskur at fáa. Har var einki annað skip um vegir.

Men skjótt broyttist veðrið. Hann skifti ætt og kom av landnyrðingi. Lo-tið lá út frá landi, og tað gjørdist skjótt bítandi kalt. Í Godthåb, sum liggur beint innanfyri, máldu tey 36 kuldastig! Hetta veðrið helt sær í heilar 14 dagar, og hetta er ivaleyst stórsti kul-di, sum føroyskir fiskimenn nakrantíð hava arbeitt í í so langa tíð.

Arbeiðslagið umborðArbeiðsgongdin á dekki-num var skipað soleiðis, at har var trískiftisvakt: tvær vaktir arbeiddu á dekki-num, meðan tann triðja vaktin hevði frí.

Arbeiðstíðin á dekkinum var 12 tímar, frívaktin var 6 tímar. Frá tí, at fiskiska-purin byrjaði, til hann en-daði, varð fiskað bæði dag og nátt, allar dagar, bæði gerandis og heilagt; tað varð ongantíð lagt stilt.

Menn vóru altíð túraðir. Frívaktin var 6 tímar, men har skuldi mattíð burturav. Tað vóru ongantíð stundir at hvíla seg, menn mistu dagaskilið og vóru illa upp lagdir, og sum frá leið kom sjálvandi minni burturúr.

Tá ið so hesin kuldin kom afturat, gjørdist alt sera tvørligt, og sannleikin er, at hetta var eitt ótolandi lív, sum sanniliga kravdi sínar menn.

Tvørleikar av ísiÍ messuni, har sum skaffað varð, var frost á vegginum. Tvey kúgveygu vóru har, eitt í hvørjum borði, bæði vóru huld av ísi. Hetta stóð við, so leingi sum kuldin var.

Veðrið var tíbetur gott annars, men kortini klakaði alt skipið, uppi á hvalabaki-num var alt heilt, upp á ge-

lendaran. Tjúkt av ísi hekk uppi á stevninum har fram-mi, og stákið var tjúkt av ísi. Ísur var á rigningunum, á bummum og mastrum, davidum, jollum og báta-dekki, tað var ísur um alt skipið. Á aðrari skipssíðuni lá ein 12 tumma skón av ísi, og allur yvirbygningurin var huldur í ísi. Tað var bara eitt glopp í, og tað var gluggin, har skiparin stóð og stakk høvdið út ígjøg-num! Hann var opin, og tað var einasta holið, sum tað sást út ígjøgnum!

Í bókini “Jól á Halanum” sigur Hans Pauli:“Tað skuldu harðir hálsar til at arbeiða fisk og trol á einum trolaradekki í nóg-vum minusstigum. Serliga pínufult bleiv, tá vindurin vaks í nógvum kulda. Heg-lingurin kundi fáa andlitini upp at bløða.

Stundum var so sjaskut og kalt, at sjógvur og kla-ki fingu alt skipið til at ísa yvir. Tá kundi rættiligur vandi verða á ferð. Vit máttu onkra hendinga ferð gevast at fiska og seta alla manningina til at bróta ís av dekki, brúgv og rigningi. Yvirísing gjørdi stabilitetin verri.”

Menn lótu seg sjálvandi so væl í sum møguligt og vóru í brølapu, so at bara var opið fyri eygunum. Hans Jakku hevði frammanundan klipt sína brølapu í tveir partar: ein part at seta á høvdi og hin at nýta sum hálsatur-riklæði. Hann mátti nú seta seg at seyma báðar partar-nar saman aftur, so at alt andlitið var bjálvað.

Tá ið trolið var komið á dekk, frystu meskarnir bei-nanvegin. Fiskurin fór í ein pavn og varð flaktur sum vanligt, hóast hann frysti so hvørt. Tá ið ryggurin var fingin úr, kundi tú halda um stertin og fiskurin var púra stívur!

Frystur saltfiskurÍ lastini varð fiskurin sal-taður, soleiðis sum teir plagdu at gera.

Tað varð uppdagað skjótt , at eitt lag av ísi lá ímillum hvørt lag av fiski! Og fisku-rin hevði als ikki tikið við salti.

Neyðugt var at sláa salt og ís av, og tað varð alt dri-gið upp á dekkið í kurvum og koyrt í havið. Fiskurin varð so saltaður um aftur við nýggjum salti.

TEIR BYGDU HET TA L ANDHans Jakku Fuglø sigur frá einum túri við “Bóndanum” í 1952

Líggjas í Bø skrivar

Page 23: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 2013 23

Tað bar sjálvandi ikki til at blíva við at arbeiða á hendan hátt. Tað var so-leiðis, at tá ið vaskað varð niður, lá ein slanga niður í pavnin, og har rann kaldur sjógvur í. Tá ið tað varð up-pdagað, at tað frysti í lasti-ni, varð heitur sjógvur set-tur til slanguna, sum rann í pavnin, og hetta fløvaði sjógvin í pavninum – og harvið fiskin - so mikið, at til bar at flekja fiskin og fáa hann í salt sum vanligt.

Drekkivatnið gekk undanDrekkivatnið høvdu teir í einum tanga har afturi, men har fór at tømast. Frammi í gron í skipinum, undir niðasta dúrki, heilt niðri í botninum, høvdu teir ein eyka vatntanga, at hava til at taka. Teir fóru so at pum-pa vatn aftur, men har kom einki vatn, tí rørini vóru fryst.

Ein maskinmaður fór fram at hyggja, hvussu vorðið var. Ein lúka í niða-sta dúrki varð tikin upp, og beint undir henni lá eitt deksil yvir einum mann-holi niður í vatntangan. Tá ið deksli fekst av sást bara niður á ein stóran ísklump! Tað var fryst omaná og runt allan tangan, 12 tummar tjúkkur ísur omaná.

Hann fór so at høgga niður á ísin við einum jarn-broti, og tá vísti tað seg, at innan í tanganum var vatn at finna. Hann riggaði eina handpumpu til fyri at pumpa vatnið upp. Pumpan varð sett føst í veggin uppi í gongini, frá henni gekk slangan niður ígjøgnum trappholið í tangan. Vatnið varð pumpapð upp í grýtir og spannir og borið aftur til kokkin.

“Mangan hevur tað verið fúlt ...”Kabússa var í niðara lu-garinum har afturi, har teir flestu svóvu, so at teir merktu ikki tann bítandi kuldan, meðan teir svóvu. Tó segðist, at í ovara luga-rinum – uppi á Skarv, sum teir róptu tað - kom tað fyri, at dýnan var fryst í garne-ringina! Kabússa var eisini uppi á Skarvi.

Hans Jakku minstist eitt kvøldið á miðnátt, tá ið Pauli í Brekkuni kom at purra út. Hann togaði eitt sindur í Hans Jakku og segði: “Mangan hevur tað verið fúlt, men tó ongantíð sum nú – komið nú upp og síggi ..” Tað vóru ikki hu-galig boð at verða vaktur við, og tað var eingin hug-nalig sjón, sum møtti tær, tá tú komst út á dekkið: tað gula ljósið sást omanfyri. Tú sást ikki longur enn á

lúnningarnar fyri kavaroki.

Bóru við ísEitt ísstykki var ofta at síg-gja nær skipinum; tað var ikki fast í botni, men tað bar so á, at tað bleiv veran-di har á leið, sum skipið var.

So einaferð, tá teir høvdu skrætt, bakkaði hann ski-pið upp í vindin. Tað var eitt sindur av alduskotið, og reyvin fór upp og niður. Hans Jakku var á dekki-num, og einaferð hann hyg-gur aftureftir, sær hann, at ísstykkið er beint aftanfyri, og tað nærkast skjótt. Stýri-maðurin var tætt við spælið, Hans Jakku sigur við hann, at ísstykkið var beint undir hekkuni. Tá kom róp í, og skiparin var knappur at rin-gja á “Stopp”, so at skrúvan steðgaði.

Tað gav upp og niður og tríggjar ferðir slerdi hann hekkuna niður á ísstykkið.Til alt Harrans held var ísstykkið ikki beint undir hekkuni, men heldur øðru-megin við, so at tað fór oman í læ – tað var svørt máling á ísstykkinum av stoytinum. Um illa vildi til, kundi ein ræðulig vanlukka hent.

Inn í Føroyingahavnina eftir útgerðTrolararnir høvdu ikki so nógv pláss at goyma olju, vatn o.a. sum skipini fingu seinni. Áðrenn langt um leið vóru vatngoymslurnar um tað lagið tómar, oljan fór ikki at strekkja, og tað var eisini neyðugt at fáa meira salt.

Tá ið hann skifti ætt, helt kuldin uppat, og tá fóru teir inn í Føroyingahavnina. Hetta var áðrenn Norda-far var til; eitt felag, sum æt ASGRICO hevði støð í Føroyingahavnini. Longur inni á fjørðinum høvdu teir saltgoymslu.

Á norðaru síðu á fjørði-num, nakað langt frá kaii-ni hjá Asgrico, vóru fleiri norsk skipanøvn skrivað á klettin, við stórum hvítum stavum; har út til var allur fjørðurin frystur til. Hvus-su langt hetta strekkið er, er ilt at siga, men metast kann, at tað er umleið 500 metrar (?).

Á POLAROIL arbeid-du 3 danir, og hetta var so tíðliga til árs, at teir vóru júst komnir til Grønlands og vóru ikki sørt bilsnir av at síggja eitt føroyskt skip koma inn. Ein av teimum spurdi Hans Jakku, hvaða-ni teir komu? Hans Jakku segði sum var, at teir høvdu ligið og fiskað beint har ut-tanfyri. Tað undraði man-nin skilliga, at tað skuldi hava borið til, soleiðis sum

veðrið var. Tað var framve-gis nógvur ísur á trolara-num.

Hitaðu oljukrána við eldi!Har var nógvur ísur at síg-gja á sjónum, og nógvur kavi á landi, men tað bar til at koma inn til oljukaji-na. Slanga varð fingin um-borð, men tann stóri kránin á oljurørinum vikaðist ikki, hvussu teir so spentu, so kom eingin olja úr.

Teir tóku tá til tey ráð at kynda bál undir kránanum! Skavaðu kavan frá og kyn-du so í. Tá ein løta var farin eydnaðist at skrúva kránan, so at oljan fór at renna.

Tóku vatn við hondVatn skuldu teir eisini hava. Ein tjørn ella eitt vatn var uppi á einari høvd aftan-fyri oljutangarnar. Hagar niðan høvdu danir grivið eina geil, um eina metur breiða, niðan til vatnið. Kavin hvørji megin geilina var umleið 1 metur høgur, í støðum hægri.

Har vóru vist slangur ella rørleiðingar ella aðrir hent-leikar at flyta vatnið, men tað var alt fryst. Allir menn vóru settir í sving við at bera vatnið oman í smáum! Allar spannir, grýtur og pottar vórðu funnar fram, og har gekk ein støðugur streymur av hesum tría-ti monnunum niðan við tómum íláti og oman aft-ur við fullum. Hetta vardi við í fleiri tímar. Allir bóru ikki vatn í senn, men teir skiftust um at bera vatnið.

Royndi seg sum ísbrótara

So var tað saltið, sum eisini var uppi. Men tað var ikki sum at siga tað, at sleppa fram at saltinum. Salthú-

sið stóð á norðaru síðuni á fjørðinum og um fjørðin allan lá umleið 10 tumma tjúkkur ísur og forðaði al-lari ferðslu. Frá ískantinum til salthúsið mundi vera umleið 500 metrar (?).

Men Hans Pauli misti ikki mótið, um uppgávan sá ómøgulig út.

Hann byrjaði á norða-ru síðu á fjørðinum: setti stevnið inn ímóti ísbrúnni og koyrdi so á maskinuna; skipið breyt fyri sær, men hann sigldi ikki longur inn, enn hann helt tað vera ráði-ligt. Bakkaði so útaftur, og flutti eitt sindur til síðis, og sigldi á sama hátt skipið inn í ísbrúnna. Hetta gjørdi hann so fleiri ferðir: breyt seg inn í ísbrúnna, og flakar brotnaðu frá á sama hátt. At enda fór at nærkast brúnni við salthúsið, Asgrico.

Men so kláraði hann ikki longur. Wirur varð fingin í land og fastsettur; so varð sett á við spælinum, og tað eydnaðist at hála skipið so mikið fram afturat, at til bar at leggja træsliskur av kajini og út á skipið, so at salt kundi latast umborð.

Ein av donsku monnu-num hjá Kontrollørinum, sum vardu av Asgrico, kom í einari lítlari jollu við motori aftaná trolara-num. Hann fór í land og lat salthúsið upp. Manningin fór eisini í land at arbeiða. Lossingin gekk fyri seg á tann hátt, at har vóru handvagnar, sum tóku eini

200 pund av salti hvør, og har vóru spakar og sliskur. Vagnarnir vórðu fyltir og koyrdir út og stoyttir í slis-

kuna, og hagani rann saltið umborð.

Hetta var ein sjáldsom og strævin skipsavgreiðsla, sum neyvan nakar annar hevur verið úti fyri. Tað skuldi meira enn vanligt dirvi til at fáa hetta í lag.

Alt gekk kortini eftir vild, og teir kundu fara út aftur at halda fram við fi-skiskapinum.

Tað bleiv ikki farið inn aftur til lands, og tá skipið var fult, lá leiðin heim af-tur til Føroya. Skipið fleyt tungt, men veðrið var gott og ferðin gekst væl, til teir nærkaðust Føroyum.

Tá var rættiligt illveður, stormur av landnyrðingi. Sjógvurin skolaði tvørtur um skipið, og tað var ikki hugsingur um at fara ímil-lum framskipið og aftur-skipið.

Teir komu so heim í øl-lum góðum, og úrtøkan hjá Hans Jakku var 1.700 krónur fyri hendan túrin. Hann var glaður og Marjun var glað, tí nú vóru húsini í eygsjón ...

Teir av manningini, sum vóru úr Klakksvík og Norðoyggjum, 22 í tali, vóru:

Hans Pauli Johannesen, skipari, John Joensen, á Geilini, Trygvi Laksafoss, Thorleif Petersen, Benja-min Joensen, Pauli Joen-sen, í Brekkuni, Jónstein Biskopsstø, Kamar Joen-sen, Gerðum, Jákup Klein, Hans J. Fuglø, Malvinus Jo-

ensen, í Brekkuni, Hjalmar Waag Høgnesen, Anker Mørkøre, Símun Michael (Kal) Christiansen, Kri-stoffur Dragaberg, Andrias Marknagil, Debes Olsen, Ásbjørn Vágsheyg, Mogens Hendriksen, Árnafirði, Karl Johansen, í Ánunum, Edvard Jacobsen, Svínoy og Andreas Poulsen (seinni Miðskarð).

Hinir 14 vóru:Erling Hansen, Nólsoy,

Jacob A. Arge, Tórshavn, Otto Holm, Tórshavn, Jóg-van Rubbeksen, Tórshavn, Jógvan Trondesen, Tórs-havn, Poul Sørensen, Tórs-havn, Dánjal M. Jacobsen, Tórshavn, Eliesar Hammer, Eiði, Jógvan Sofus Joen-sen (Ferjá), Gjógv, Richard Juul, Skopun, Árni Klein, Strondum, Helgi Niclasen, Tórshavn, Kai í Bartals-stovu, Gøtu og Debes Da-nielsen, Saltangará.

----

Ein viðmerking:Í endurminningum sínum “Jól á Halanum” greiðir Hans Pauli hugtakandi frá hendingaríka lívi sínum. Har hendi so nógv, at tað er lætt at skilja, at hann on-kuntíð kundi blanda saman. Og tað ger hann viðhvørt.

T.d. sigur hann á bls. 257, at ikki bar til at fáa olju í Føroyingahavnini hetta árið, tí avgreiðslumenninir vóru ikki yvirkomnir. Tí fingu teir Kallsevni at taka olju yvir við til teirra. Men her minnist hann skeivt: ol-jan varð veitt, soleiðis sum tað er greitt frá her.

Eftirskrift: Í kríggssøguni hoyra vit mest um herovastarnar; tey flestu minnast helst væl Hannibal, Cæsar, Napo-leon og Lord Nelson. Men hvat vita vit um teir kartha-gesarar, rómverjar, fraklen-dingar og bretar, sum gjør-du tað “grova” arbeiðið fyri teir? Ofta vórðu hesir róptir “kanónføði”.

Í fiskivinnusøgu okkara fæst nógv at vita um ski-pararnar; fyri ikki at tala um rokskipararnar. Hvussu frásagnirnar ljóða, velst um hvaðani hendingarnar eru sæddar: um tað er av brún-ni ella av dekkinum.

Eitt er heilt vist: vit kun-nu ongantíð yvirmeta teir tiltiknu rokskipararnar, sum hava haft almiklan týdning fyri menningina av hesum landi. Men líka so umráðandi er samstundis at minnast “teir hørðu hálsar-nar”, sum løgdu kropp til, og sum ofta niðrandi vórðu róptir “apirnar”.

Kort av Føroyingahavnini. Út til Koralnesið var havnin fryst. Ein kíli er teknaður frá ytra kanti av ísbrúnni inn til Asgrico, hetta er rásin, sum “Bóndin” breyt gjøgnum ísin inn til Asgrico. Úti í tí ísfría partinum av havnini liggur Polaroil – har er eitt vatn teknað aftanfyri tangarnar.

Page 24: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 201324

Beint eftir heystfrítíðina fór Klaksvíkar Dansifelag undir dansiveturin. Bar-nadansurin, ið hevur verið sera væl umtóktur síðstu árini, hevur aftur í ár fingið góða undirtøk. Umleið 40 børn eru møtt hvørt kvøl-dið. Barnadansurin er sun-nukvøld frá kl. 19.30 til kl. 20.30. Børnini í Klaksvíkar Dansifelag fara á Barnlek 2014, sum verður í Íslan-di komandi ár. Sum nakað nýtt, er eisini barnadansur á Fossánesi hendan dansi-veturin. Á Fossánesi dansa tey í skúlanum mánakvøld kl. 19.00 - 20.00.

Nevndin í Klaksvíkar dan-sifelag er í løtuni hendan:

Heini Mohr, form.Arni Sólheygg,næstform.Elin Syderbø, kassamei-

stariJóneif Johannesen, skri-

variBrynjálvur Sigurðsson,

nevndarlimurSkráin fyri dansiveturin

er løgd, og er hon at finna her á heimasíðuni undir li-mafeløg. Skráin inni heldur bæði lættari og tyngri tilfar, umframt útferðir, veitslur, rivjakvøld, almennan dans og kvæðaupptøkur.

Tombola og loppumar-knaður við brúkstingum verður í Klaksvík í hølinum hjá Eilif Arge leygardagin 23.novembur kl 10-17, til framan fyri hjálpararbeiði hjá Absalon Matras í Ru-menien.

Um onkur hevur hug at koma við lutum til tombola

ella tingum til loppumar-knaðin, so eru tit vælkomin at kontakta fyrireikarnir, Sigrid Nysted nr. 215276, Olga Michaelsdóttir nr. 252434 ella Magna Dania Joensen nr. 222400.

Fyrireikarnir

Tombola og loppu-marknaður í Klaksvík

Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimennUmsóknarbløð til grunnin fáast við at skriva til: Postboks 135, FO-110 Tórshavn, ella at ringja á tlf. 50 20 79 (svarar eftir arbeiðstíð).

Føroya Skipara- og Navigatørfelag, postboks 248 - 110 Tórshavn, formaðurin hevur tlf. 216971.Føroya Fiskimannafelag tlf. 311569.

Endamál grunsins er:at veita stuðul til eftirsitandi hjá føroyskum fiski-monnum, til niðurberjing av tuberklum ella til annað sjúkufyribyrgjandi ella lekjandi virksemi í Føroyum og at veita stuðul til fiskimenn, ið vegna sjúku eru óarbeiðsførir sum fiskimenn og ikki fáa nóg mikið á annan hátt.

Umsóknir til Hjálpargrunnin mugu vera grunninum í hendi í seinasta lagi týsdagin 10. desember 2013.

Umsóknir ið koma inn eftir hetta, verða ikki tiknar við.

Hjálpargrunnurin

Klaksvíkar Dansifelag klár t til dansiveturin

24.nov Christianskirkjan kl.11.00 Magnus B Jørgensen altarg.Kunoy kl.12.00 Hanus á Gørðum altarg.

27 nov Christianskirkjan kl.17.30 Skrúvuguðstænasta Hanus á Gørðum

28 nov Christianskirkjan Djúphugsni og kvirra kl.19.30 Hanus á Gørðum

1 des Chrianskirkjan kl11.00 Familjuguðstænasta Hanus á Gørðum

Húsar kl.12.00 Mangus B Jørgensen

8 des Christianskirkjan kl.11.00 Magnus B JørgensenKunoy kl.12.00 Hanus á GørðumÁrnafjøður kl.11.00 Maria J Niclasen

12 des Kunoy kl.19.00 syngja jólini inn, Kirkjukórið í Christi-anskirkjuni lutekur.Innsavnan

15.des Christianskirkjan kl.11.00 Maria J NiclasenMikladalur kl.12.00

Hanus á GørðumViðareiði kl.12.00 Magnus B JørgensenChristianskirkjan kl.20.00 Jólakonsetin hjá Klaksvíkar Horn-orkestri, Magnus B Jørgensen hevur andakt

19 des Christianskirkjan kl.10.30 barna-garðaguðstænasta Hanus á Gørðum

20 des Christianskirkjan kl.10.30 skúla-guðstænasta Magnus B Jørgensen

22 des.

Christianskirkjan kl.11.00 LesturÁrnafjørður kl.11.00 Hanus á GørðumHvannasund kl.12.15. Hanus á GørðumKunoy kl.12.00 Magnus B Jørgensen altarg.

23 des Christianskirkjan kl.18.00 Hanus á Gørðum og Jógvan Fríðriksson min-ningarguðstænasta nú 100ár er liðin síðan bátsvanlukkurnar í Norðoyggjum

24 des Christianskirkjan kl.17.00 Magnus B Jørgensen

Árnafjørður kl.17.00 Hanus á GørðumHaraldssund kl.16.00 Hanus á Gørðum

25 des Christianskirkjan kl.11.00 Niels Pauli Danielsen kirkjukórið luttekur. Talvan gongur fyri EmmausÀrnafjørður kl.11.00 Magnus B JørgensenKunoy kl.18.00 Magnus B Jørgensen

26 des Christianskirkjan kl.11.00 Hanus á Gørðum altarg.Húsar kl.11.00 Magnus B JørgensenMikaldalur kl.12.15 Magnus B Jøgensen

Guðstænastur í Norðoya vestara prestagjaldi

Page 25: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 2013 25

Page 26: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 201326

Reyni Service Hoyvík, Vegurin Langi 41, FO-188 Hoyvík, Tel 35 30 40Reyni Service Klaksvík, Klingrugarður 3, FO-700 Klaksvík, Tel 47 30 40 www.reyniservice.fo / [email protected]

Reyni Service hevur ISO 14001 umhvøvisviðurkenning

Ring til okkum á 35 30 40

KLÁR TILVETURIN ÁTRYGGUMDEKKUM• Trygg og slitgóð dekk fyri serprísir

• Dekk til øll sløg av bilum

• Ókeypis áseting og javnvigan*

• Vit skifta dekk, meðan tú drekkur kaffi

• Skjót og góð tænasta í Havn og í Klaksvík**

• Reyni Dekkhotel

*í samband við keyp av nýggjum dekkum** Eisini í samband við áseting av gomlum dekkum

Page 27: Nordlysid nr 40 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 2013 27

Um tú varðir av einum barnagarði ella barnagarðsstovu við børnum í aldrinum 3-6 ár, so eru tit øll vælkomin at vitja okkara jólaskrýdda høvuðssæti á Kongabrúnni í Havn.

Vit hava funnið alt okkara vakra og glógvandi jólapynt fram. Jólanissurnar eru komnar niður av loftinum og Trygvi & Flossi hava latið seg í fínasta jólastás, og gleða seg at síggja tykkum í góðum jólahýri.

Barnagarðar, ið ynskja at vitja okkum í ár, mugu melda seg til umvegis: [email protected]. Gloymið ikki at við merkja hvønn dag, tit ynskja at vitja á Kongabrúnni. Vel millum: 27. november, 4. desember, 11. desember og 18. desember 2013. Allar dagar millum kl. 14.00 og 16.00. Hvør vitjan tekur umleið ein ½ tíma.

Talan er um avmarkað pláss, so skundið tykkum og meldið tykkum til.

trygging.fo

Nissutorgið er

opið fyri barnagørðum

Hvønn miKUdaG fram Til jóla laTa viT oKKara HUGnaliGa nissUTorG Upp fyri áHUGaðUm barnaGørðUm í føroyUm

øll viTjandi barnaGarðsbørn fáa eisini eina líTla jólaGávU frá TryGva oG flossa.

Avmarkað

pláss

Page 28: Nordlysid nr 40 2013

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Hvør føroyskur KT-veitari hevur umboðað HP í meira enn 15 ár?Vinnan veit.

TórshavnSmyrilsvegur 5tel. 347 300 mán–frí 08.00–17.30leyg 10.00–14.00

Klaksvík Stangavegur 53tel. 347 310 mán–frí 10.00–17.30leyg 10.00–14.00

SaltangaráHeiðavegur 25tel. 347 320 mán–frí 10.00–17.30leyg 10.00–14.00

Arbeiðsdagurin er júst vorðin lættari og e­ ektivari. HP EliteBook er fremsta HP-farteldurøðin. Vælbygd og vælútgjørd við 3 ára garanti. Hóskar sera væl til arbeiðsumhvørvið.

HP ProBook 430Snøgg 13” telda við SSD harðdiski, sum arbeiðir munandi skjótari enn vanligir harðdiskar.Ókeypis taska fylgir við.

7.990,-

HP O� cejet Pro 8600 plusEin sera sparin printari í nýtslu til tín ið skal printa nógv. Klárar 2.200 síður við svørtum og 1.700 síður í litum við einari áfylling.

2.490,-

HP Ultraslim dockingstøðVið HP ultraslim dockingstøðini fært tú skjótt og væl bundið í skíggja, net og alt tað leysa. So kanst tú hugsavna teg um arbeiðið.

2.375,-

HP EliteBook Folio 9470m

úr 10.490,-

Arbeiðsdagurin er júst vorðin lættari og e­ ektivari. HP EliteBook er fremsta HP-farteldurøðin. Vælbygd og vælútgjørd við 3 ára garanti. Hóskar sera væl til arbeiðsumhvørvið.

HP EliteBook Folio 9470m

úr 10.490,-

Ókeypis teldutaska