24
NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 9 772245 065007 - lokala røddin síðani 1915 UKRAINA , NÆRABERG OG SNALLA BJALLA RABARBU SAFTIN GONGUR VÆL Hetta er ein ræðulig støða, sum mítt elskaða land er komið í. Hatur og kríggj ímillum russarar og Ukreinar í sama landi. Klaksvíkar Samkomuhús 1897 – 1971 ÁRINI 1943 -1946 Í SKÚRINUM HJÁ LÍÐHAMRI HF SKEIÐ Í KLAKS- VÍK Í 40 ÁR NORÐLÝSIÐ METIR UM EFFODEIL- DINA 2014

Nordlysid nr 10 2014

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 10 fríggjadagin 14. mars 2014

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 10 2014

NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

9772245065007

- lokala røddin sí ðani 1915

UKRAINA , NÆR ABERG OG SNALL A BJALL A

RABARBUSAFTIN GONGUR VÆL

Hetta er ein ræðulig støða, sum mítt elskaða lander komið í. Hatur og kríggj ímillum russarar og Ukreinar í sama landi.

Klaksvíkar Samkomuhús 1897 – 1971

Á RINI 19 4 3 -19 4 6

Í SK ÚRINUM HJÁ LÍÐH A MRI

HF SK EIÐ Í K L A KS -V ÍK Í 4 0 Á R

NORÐLÝSIÐ ME TIR UM EFFODEIL-DIN A 20 14

Page 2: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 20142

RABARBUSAFTIN GONGUR VÆL

Køkurin og urtirnar skulu góðkennastTey, sum hava hug at gera okkurt burtur úr føroyskum urtum og plantum, kunnu ikki hava framleiðsluna heima í køkinum. Køkurin skal vera góðkendur av Heil-sufrøðiligu Starvs-stovuni og somuleiðis planturnar

Fólk kunnu gera tað, tey vilja úr plan-tum og urtum til egið brúk, men skal vør-an seljast, er neyðugt við góðkenningum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Jóhanna Maria Isaksen á Húsum var heppin, at tað fanst ein góðkendur køkur í bygdini, og hon slapp at brúka hann.

Laila S. Jacobsen, leiðari á Matvørudeil-dini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sigur, at kravið fyrst og fremst er ein góðken-dur køkur. Tað eru fleiri ymiskir góðken-dir køkar, eitt nú hava

summi bygdarhús góðkendan køk.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal eisi-ni geva grønt ljós fyri, hvørjar plantur kunnu brúkast, tí vissa má vera fyri, at planturnar ella urtirnar ikki eru eitrandi. Vøran skal vera etandi.

Laila S. Jacobsen mælir teimum til, sum hava hava hug at royna seg við slíkari fram-leiðslu, ikki at hugsa um fleiri plantusløg beinanvegin, tí eru sløgini og nógv, tekur tað væl longri tíð at avgreiða eina umsókn.

-Nei, tað er ikki strangari í Føroyum enn aðrastaðni. Vit brúka norskar og dan-skar listar at ganga eftir, hvørji plantusløg kunnu góðkennast.

Laila S. Jacobsen kennir einki til, at reglurnar í Íslandi eru lagaligari enn hjá ok-kum.

Page 3: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 2014 3

Randi Jacobsen

Vit hoyra ofta um smábyg-dir, haðani fólkið flytur frá. Men Húsa bygd er eitt undantak. Miðalaldurin er lágur, og fleiri av ungu húsafólkunum vilja fyri alt í verðini búgva har. Og fleiri teirra nýta hugflogið.

Ein teirra er 25 ára gam-la Jóhanna Maria Isaksen, sum hevur sett sær fyri at gera ymist at selja. Tilíkt hon kann liva av og verða búgvandi á Húsum.

Mamma hennara Fríða fann upp á at gera rabar-busaft, og tá ið mamman bleiv bundin av øðrum ar-beiði, tók Jóhanna Maria yvir.

Gjøgnum Útoyggjafela-gið við Olgu Biskopstø, kom hon í eina norður-lendska verkætlan um mat sum ferðaminni. Jóhanna Maria hevur eisini verið á ymiskum skeiðum.

Tað tók sína tíð, men umsíðir fekk hon góðken-ning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovu at gera og selja saft og siropp av rabarbum. Góðkenningin kom á ólavs-øku í fjør. Hvonn fekk hon eisini loyvi at brúka.

Í góðkendum køki - At eg fekk góðkenningi-na var bara tí, at eg kun-di brúka góðkenda køkin hjá Magna og Hannebeth Garðalíð her í bygdini, si-gur Jóhanna Maria.

Hjá henni er ikki trupult at fáa hendur á nóg nógvum rabarbum. Abbin, sum ikki er á lívi longur, hevði ein stóran garð við vínrabar-bum, og tær rabarburnar brúkar hon. Sukurið, hon koyrir í saftina, er vistfrøði-ligt.

Hon royndi seg fram í tvey ár, til tað í fjør eyd-naðist at fáa góðkenningina.

Í fjør royndarseldi hon ra-barbusaft og rabarbusiropp, fyri at vita um marknaður var fyri hesum vørðum, og til jóla varð saftin seld á Norðoya Kunningarstovu.

- Tað gekk bara heilt væl at selja, sigur Jóhanna Ma-ria.

Hon fekk eisini góðken-ning til at brúka hvonn, men einki við turkaðum urtum.

Tað harmast hon um, tí í Føroyum eru nógvar ur-tir, ið kunnu brúkast, eitt nú mjaðarurt. Føroyingar brúka alt ov lítið av tí før-oyska..

Hon hevur gjørt nógvar royndir, men selur bara tað góðkenda.

Tað eigur at bera tilOlga Biskopstø samskiftir við Heilsufrøðiligu Starvs-stovuna vegna Jóhonnu Ma-riu. Hennara dreymur er at fáa góðkenningina víðkaða.

- Hevði eg komið so langt, at eg fekk eina hálva ársløn burtur úr hesum, hevði bo-rið væl til at búð og arbeitt her á Húsum.

Onkuntíð avloysir hon á smoltstøðini í Knútsdali sunnan fyri Húsa bygd.

Ein stór útreiðsla í fjør vóru glaskrukkurnar og glasfløskurnar. Nú roynir hon at koma í samband við onkur virki, sum kunnu lata størri nøgdir og bíligari.

Jóhanna Maria skilir ikki, hví tað skal vera so torført at fáa góðkenning. Í Íslandi er tað nógv lætta-ri at fáa góðkenning við tí úrsliti, at nógv meira verður gjørt úr plantum og urtum.

- Vit hava nógv at læra av teimum.

Jóhanna Maria kundi hugsað sær at latið upp kaffistovu og sølubúð á Húsum - við størri útboði.

Hon strembar eftir at náa málinum, tá ið summarið kemur. Tað hevði ikki ve-rið so bundið, tí fleiri fólk í bygdini eru til reiðar at taka eitt tørn, um tað skal verða.

Vil búgva á HúsumJóhanna Maria tók HF-prógv í Klaksvík og fór niður til Danmarkar at vita, hvussu tað var. Men tað var ikki júst hon. Hon valdi tí at fara heimaftur til Hú-sar og tók prógv í nøkrum lærugreinum á handils-skúlanum, m.a. sølubúskap og KT, sum hon helt seg kunna brúka til nakað.- Summi fólk halda okkum ungu fólk á Húsum vera heimføðislig, men tað er skeivt hugsað. Her er gott at búgva, og ferðasamban-dið til Klaksvíkar er avbera gott. Tað hendir seg næstan ikki, at Sam avlýsir túrar fyri veður. Haraftrat er tað mennandi at búgva soleiðis, sigur Jóhanna Maria.

Har sipar hon millum annað til, at á slíkum smá-bygdum noyðast fólk at læra seg eitt og annað við at umvæla tól, tí tað ber ikki til altíð at senda boð eftir handverkarum.

Skapandi evnini verða ei-sini ment.

Tað er Jóhanna Maria sjálv eitt gott dømi um. Hon situr og ger nýtt klæði úr tøvdari ull upp á ein gam-lan lampuskerm. Hon hevur gjørt ljós úr tálg og annað.

- Eg kundi ikki hugsað mær eitt annað lív enn het-ta. Eg og maðurin ætla an-tin at byggja her ella keypa eini hús, um nøkur verða til sølu. Fleiri onnur fólk vilja búgva her, og tey royna øll at finna loysnir, so tað kann bera til, sigur Jóhanna Ma-ria.

RABARBUSAFTIN GONGUR VÆL

Heilsufrøðiligu Starvsstova gav í fjør Jóhonnu Mariu Isaksená Húsum góðkenning til at gera saft og siropp av rabarbum. - Tað er so nógv, vit kunnu vinna úr náttúrini, sigur hon

Page 4: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 20144

Landsverk søkir

Byggifrøðing, verkfrøðing eLLa Líknandi tiL ByggideiLdina á Landsverki

arBeiðsuppgávurarbeiðsuppgávurnar fevna um: · verkætlanar- og byggileiðslu· bygningssýn, greining og raðfesting í sambandi

við bygningsviðlíkahald· fyrireiking av verkætlanum, herundir tekningar,

lýsingar o.a.

førLeikakrøvtú ert byggikøn/ur við útbúgving sum til dømis byggi-frøðingur, verkfrøðingur ella líknandi.

Hevur tú eisini royndir innan bygging, og kennir tú manna gongdina í stórum byggiverkætlanum og dugir at nýta autocad og Microstation, er tað ein fyrimunur.tó skalt tú fyrst og fremst brenna fyri bygging og vera áhugað/-ur í at royna teg innan oman fyri nevndu arbeið søki.

sum persónur dámar tær at ganga undan, eins og tú ert savnandi og evnar at skapa eitt gott og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi.

setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

uMsóknirumsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal send-ast umvegis www.landsverk.fo. umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. mars 2014.

fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Mikael viderø, deildarleiðara, á tlf. 290 851 ella [email protected]

Les meira um verkætlanir hjá Landsverki á www.landsverk.fo

LandsverkTinghúsvegur 5Postsmoga 78FO-110 Tórshavn

Tel. +298 340 800Faks +298 340 [email protected]

Landsverk er stovnur undir fíggjarmálaráðnum og hevur um hendi vega- og havna myndug leika uppgávur og byggiharrauppgávur. stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.

vilt tú seta tíni fingramerki á framtíðarbygging í føroyum við týdningarmiklum og stásiligum bygningsverkum, so er Landsverk rætta arbeiðsplássið. vit leita eftir virkisfúsum og skapandi persóni við byggikønari bakgrund at byrja skjótast til ber.

Landsverk søkir

ByggiLeiðara tiL skúLadepiLin við MarknagiL

arBeiðsuppgávursaman við verkætlanarleiðaranum skal byggileiðarin samskipa arbeiðstøkur, handverk, trygd og góðsku stýr­ing umframt at stýra váðum, tíðarætlanum, fíggjarviður­skiftum v.m. Í løtuni eru tað serliga arbeiðstøkurnar eL og Hvs, ið eru viðkomandi, men seinni vera eisini aðrar arbeiðstøkur.

FørLeikakrøvtú hevur viðkomandi útbúgving sum eitt nú verkfrøð­ingur ella byggifrøðingur. royndir innan prosjektering er ein fyrimunur, men eingin treyt. tó er tað ein treyt, at tú hevur hollar royndir innan verkætlanarleiðslu og breiðan fakligan kunnleika innan bygging. eisini skalt tú vera von/vanur dagliga at nýta kt­amboð sum eitt nú Micro­soft project, Office pakkan, autoCad vm., umframt at

tað er ein fyrimunur at kenna til nýtslu av Bygge­web. tú skalt duga væl at orða teg í skrift og talu, og tað er ein fyrimunur at duga at málbera seg á bæði føroysk­um, donskum og enskum.

sum persónur dámar tær at ganga undan, eins og tú ert savnandi og evnar at skapa eitt gott og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi.

setanarviðurskiFti Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. talan er um tíðaravmarkað starv, ið endar á sumri 2016. arbeitt verður skiftistíð og til tíðir má væntast nakað av yvirtíð. arbeiðsstaðurin er byggiplássið við Marknagil í Havn.

uMsóknirumsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo. umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. mars 2014.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hans paula Henriksen, verkætlanarleiðara, á tlf. 290 859 ella [email protected].

Les meira um verkætlanina á www.landsverk.fo

LandsverkTinghúsvegur 5Postsmoga 78FO-110 Tórshavn

Tel. +298 340 800Faks +298 340 [email protected]

Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum og hevur um hendi vega­ og havna myndug leika uppgávur og byggiharrauppgávur. stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.

vilt tú seta tíni fingramerki á skúladepilin við Marknagil, tórshavn, so er avbjóðingin júst her. Í sambandi við útinnanina av 8 stór­arbeiðstøkum leita vit eftir virkisfúsum byggileiðara við byggikønari bakgrund og hollum royndum innan byggileiðslu at byrja skjótast til ber. sambært galdandi verklagslóg, skal skúlin standa liðugur til nýtslu á sumri 2016. starvið er av teirri orsøk tíðaravmarkað.

Page 5: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 2014 5

L E I Ð A R I N

Málningar ynskjast til keyps

Leita verður eftur málningum av m.a. Hans Jacob Glerfoss, Ruth Smith,

William Heinesen og Ingálv av Reyni.

Um áhugi er at fáa boð uppá málningin,so skal mynd av málninginum sendast til:

[email protected]

Aðalfundurin

hjá Pensjónistafelagnum Hugna í Klaksvíkverður hóskvøldi 20. Mars kl. 19 í Bøgøtu 3.

Møti fjølment.

Nevndin

Tvær springmadrassur til sølu vegna feilkeyp. Keyptar síðsta summar,

sera lítið brúktar, stødd 85x200. Bíliga til sølu.Ring ella sms’a til 755261

Leygardagin 5. Juli 2014 kl. 13 giftast í Ebenezer:

Randi Ketty Joensen, Hvannasund og Nikkil Heinesen, Tórshavn.

Veitslan verður í bygdarhúsinum í Hósvík kl. 19. Tey, ið ynskja at koma til veitsluna, vinarliga sigi frá á

512433 Randi, 509293 Nikkil ella t-post: [email protected].

Seinast 9. Juni. Vit hava valt at seta aldursmark á 14 ár.Frá Norðoya Kvinnufelag

Aðalfundur verður í hølum felagsins, í Bøgøtu

hósdagin tann 27. Mars kl 19.

Skrá sambært lógum felagsins

NEVNDIN

Krabbameinsfelagið bjóðar øllum ungum millum 14 og 25 ár, sum hava, ella hava havt krabbamein, at hittast til prát og hugnaliga sam-veru. Eisini er ætlanin at gera ymiskt stuttligt saman.

Fyrsta hugnaløta verður 31 mars kl.15 á Krabbamei-nsfelagnum, Grønlandsve-gur 58, Tórshavn.

At hitta onnur ung, ið eins og tú hava fingið viðgerð fyri krabbamein, kann vera gevandi. Hetta at liggja á sjúkrahúsi, at sita og bíða í bíðirúmi áðrenn viðtalu, at hava eftirárin av viðgerð og

so frameftir, kann vera tor-ført at deila við onnur ung,

sum ikki hava roynt tað. At vera saman við øðrum, sum

tú kanst tosa við um tínar tankar og kenslur, ella bara vera saman – og tú veitst, at hini skilja tað, tú ert farin ígjøgnum, kann veruliga geva orku og styrkja teg á lívsleiðini.

Um hetta hevur tín áhuga, boða frá luttøku á telefon nr 317959 ella á teldupost-bústaði [email protected] innan fríggjadagin 28. mars

VinarligaKrabbameinsfelagið

Fyri teg, sum ert ung/ur og hevur havt krabbamein

ByggiloyviTekningar til:• Nýbygging

• Uppíbygging• Broyting av innrætting

Magni E. DalsgaardArkitektur AF

Tel. 216369

A n d l á tFrederik Ferdinand Poulsen

Fríðrik

Ættaður av Eiði, andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsi,10. mars, 90 ára gamal.

Kistan fer frá kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi,hósdagin kl. 18.

Jarðarferðin verður fríggjadagin kl. 13 frá Betesta við Klaksvíksvegin.

Tey, ið vilja minnast Fríðrik, kunnu lata eina peningagávu til nýggja Betesta,

konto í Norðoyar Sparikassa.

BrúdleypSo er kjakið aftur í gongd um ein kommunuskúla í Klaksvík ella vit skulu varveita støðuna sum nú við tveimum skúlum.

Bylgjurnar ganga eitt sindur høgt, tað sást á kja-kinum til flestu greinar, ið vera lagdar út á netið í hesum døgum um framtíðina hjá skúlunum í Klaksvík.

Fyrimunir eru sjálvsagt við báðum. Ein veik le-iðsla kann betur stýra einum lítlum skúla, ímeðan tað neyvan eigur at vera nakar trupuleiki hjá eini vælskipaðari leiðslu av hava stýr á einum stórum skúla.

Sjálvt um nógvir næmingar eru á einum skúla, so eigur at bera til at skipa so fyri, at ikki øll ganga í somu gongd og í sama skúlagarði. Vit í Klaksvík standa júst nú á einum vegamóti tá tað snýr seg um fólkaskúlan, tí vit hava fyri kortum bygt ein sera brúkiligan og snotuliga Ósaskúla.

Ziskatrøðskúlin er umvældur í ávísan mun og vit standa á gáttini til at byggja nýggjan skúla.

Lítið er at ivast í, at tað ber til hjá fakkunnleika-num, arkitektum og lærarum at byggja ein skúla, sum samantvinnar skúlan á Ziskatrøð og skúlan við Ósánna í eina leiðslueind, men í nógvar smærri brúkseindir. Tað má bera til at halda tey smæstu børnini fyri seg, tey størru fyri seg og tey størstu fyri seg.

Spurningurin um eina ella tvær leiðslur eigur ikki at hava nakra ávirkan a, hvussu børnini kenna seg í skúlanum. Væl kann vera at tað á pappírinum er langt ímillum næmingin og leiðsluna í einum stórum skúla, men tað er nú ikki leiðslan, ið skal hava dagligu umsorganina fyri næmingunum.

Tað, sum ígjøgnum ár hevur undra mong er hin-vegin, hví ovasti leiðarin fyri ein fólkaskúla so ab-solut skal vera ein lærari.

Flestu virkir og almennir stovnar, leita sær fólk við serligari útbúgving í leiðslu til at leiða virkið ella stovnin.

Tá ið ført verður fram, at lættari er hjá eini leiðslu at leiða smærri skúlar enn stórar, so botnar hetta kanska heldur í dygdini á leiðsluni enn á støddini á skúlanum. Ein góð professionel leiðsla eigur at kunna leiða ein skúla við á leið 600 skúlabørnum, ongin ivi um tað, spurningurin er tí um vit ikki eiga at ganga frá at hava lærarar til skúlastjórar, tí lærarar hava ikki primert útbúgving í leiðslu, tað er ikki undarligt um leiðsluspurningurin í skúlum okkara ídag setir hægri krøv til útbúgving av skúlastjórum enn eini læraraútbúgving, um enn hon so verður víðkað við skeiðum

Haldi at hesin spurningurin eisini átti at verið ti-kin við í kjakið.

Oliver

Skal skúlastjórin endiliga vera lærari?

Page 6: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 20146

Um jóltíðir kom mær snøgg bók í hendi eftir Arnstein Niclasen un-dir heitinium ”Fólkini Úti á Bø”

Sum vera man, helt eg tað vera ein av vanli-gu ættarsøgunum, sum eru gull verdar fyri tey, hvørs forfedrar og teirra lagnur, eftir besta føri-muni, greitt verður frá, men sum av øðrum fyri tað mesta verða “skim-maðar” og síðan settar upp á hillina til hinar.

Tá eg fyri nøkrum

árum síðan gav bók út, sum m.a. eisini fevn-di um ættarfólk míni í Vestmanna, Kvívik og aðrastaðni, ringdi ein sera fitt kvívíkskona til mín við rættingum til okkurt, sum var komið skeivt fyri, og eg kvakk ikki sørt við, tá hon at enda legði afturat, at í bindiklubbanum vóru tær samdar um, at Heini var tungur at fara í song við.

Sama kann sigast um bókina hjá Arnstein; men tá eg eitt kvøldi eftir son-gartíð fór undir “skim-mingina” visti eg ikki av, fyrr enn konan pikkaði

meg á økslina, tók bóki-na frá mær og gjørdi vart við, at nú tók at blána í Eystri.

Frá árum okkara saman á Landsverk-frøðingsstovninum, ken-ni eg væl orðafelli Arn-steins og hansara heilt óvanliga góða minni, tá spurt verur um hetta ella hatta, eitt nú tað, sum starvsfelagin, Niclas An-dreasen, sáli, royndi at leggja okkum í geyma.

Og tá Arnstein í bók síni sipar til bæði føroysk og alheims skaldabrøgd, rennir mær til hugs blýantin hjá Mikkjali

Helmsdal, sum næstan hvørja ferð varð stungin aftur í bringulumman, tá Arnstein hevði skrivað kladduna, sum einki lá aftanfyri nevndu brøgd, og meira enn so kundi henda, at alvorsmaðurin, Mikkjal, næstan brosaði av innihaldinum, ið hevði somu ávirkan á Løgt-ingsins virkisfúsu Vega og Havnanevnd, sum eg haldi hvørja viku stakk inn á gólvið at viðgera átrokandi mál.

Jú, lætta lyndið og hep-ni skriviháttur Arnsteins sæst væl aftur í bókini – hesum gripi í lýsingini

av føroyska gerandisdeg-num gjøgnum tíðirnar, og sum eftir ognarlý-singunum fremst í bókini væl kann sammetast við tey “Uppstairs & Downs-tairs” í ensku filmsrøðini “Downton Abbey”, sum eg haldi, hon nevndist.

Leggjast kann afturat, at eisini í filmsrøðini vóru hampafólk á báðum hæddum. Hjartaliga til lukku við bókini, Arnstein, og vón-andi kunnu vit gleða ok-kum til meira frá tínari hond.

Heini Olsen

Steintór Rasmussen

Sæð við barnaeygum, vil-di eg helst gingið í einum skúla, har mínir javnaldrar vóru. At ikki øll rúmast í sama flokki, skilja sjálvt sjey ára gomul børn. Men ikki hví tey verða býtt í tve-ir ymiskar skúlar, sum lig-gja uppat hvørjum øðrum. Í skúlanum er so nógv, sum allur árgangurin kun-di verið saman um. Mor-gunsangur, fríkorter, ren-ning, jólahugni, føstulávint, útidagar og felags tiltøk. Og so allur skúlagarðurin! Í dag er ferðsla eftir skúla-vegnum og um dagin fylla bilarnir økið og lærarar standa á varðhaldi, soleiðis at javngomul børn í býnum ikki leita út um mark fyri at práta og spæla saman.

Sæð við foreldraeygum skilji eg als ikki, at tað ber til at sundurskilja børnini í tveir sjálvstøðugar skúlar, sum næstan eru undir sama taki. Eg vil, at míni børn fáa somu tilboð og treytir, sum øll hini í kommununi. At óansæð hvar í býnum eg búgvi, so skal eg kenna meg vissan í, at mítt barn gongur í einum góðum og rúmligum skúla, sum se-tir trivnað og undirvísing í hásæti. At eg og grannin kunnu senda børnini í sama skúla. Ikki at Skúlin á Zi-skatrøð og Ósaskúlin skulu vigast upp ímóti hvørjum øðrum. Og heldur ikki, at tað á hvørjum ári skal vera eitt stríð um skúlabørnini og býtið av flokkum. At foreldur koma í ta støðu at

eiga børn í báðum skúlu-num. Og tey skulu møta upp til fundir og fyrilestrar báðumegin Skúlavegin, stilla upp til tvey skúlastýri og hanga tímatalvur við ymiskum klokkutíðum og frídøgum á køliskápið.

Sæð við foreldraeygum skulu øll skúlabørnini frá 1. flokki hava somu karmar og møguleikar í skúlanum. Annars má tað vera forel-drunum frítt at velja skúla.

Sæð við læraraeygum eru tað avgjørdir fyrimu-nir, at nógv børn eru í sama árgangi. Tað gevur góðan møguleika fyri felagsun-dirvísing, toymisarbeiði og tvørfakligum samstarvi. Skúlin gerst meira fjøl-broyttur og børnini fáa í størri mun lærarar, sum eru dugnaligari til sítt fak. Læt-tari er at skipa valbólkar, tá ið næmingarnir skulu velja skapandi lærugreinar so sum tónleik, myndlist, sjó-mansskap, miðlar, leiklist ella íverksetan. Sum heild fær skúlin nógv størri gleði av kunnleikanum, kreati-vitetinum, námsfrøðini og fakligheitini hjá læraru-num. Møguleikar skuldu verið fyri góðum og fjøl-broyttum samstarvi millum mongu starvsfelagarnar. Undir somu fortreytum at lagt lunnar fyri einum mennandi og kveikjandi ar-beiðsplássi.

Sæð við leiðslueygum er ein felagsskúli við tveimum ella fleiri deildum tað ræt-tasta. Í øllum førum hjá tí visionera stjóranum, sum ynskir at skúlin skal geva veruligan samfelagsíblás-tur og búgva lokaløkið út til framtíðina.

Ùtfrá føðitølum og fram-rokningum av árgangum, kanst tú sum leiðsla plan-leggja allan skúlan, skapa

teir bestu karmarnar, leg-gja tímatalvuna , býta upp í skúlaklassar, finna læra-rar, keypa inn tilfar, skipa serundirvísingina, bjóða út vallærugreinar og stim-bra ta bestu undirvísinga á staðnum.

Tú veitst hvørji felags-hølir skúlin ræður yvir og hvørji serlærarar eru til taks. Av somu orsøk gerst tað lættari at finna loysnir til børn, sum hava eyka tørv ella serligar avbjóðingar fyri neyðuni. Klaksvíkar Skúli kundi virkað í sam-starvi við heimini og poli-tiska myndugleika í býnum og verið ein sterk faklig og námsfrøðilig harmo-nisk vælvirkandi eind. Tað hevði eisini verið í góðum samsvari við ta visión, at Klaksvík í hesum døgum bjóðar seg fram at verða ein lestrar og útbúgvingarbýur.

Sæð við politkaraeygum er skúlasamanlegging eina-sta gongda leið. Tað er væl ódýrari og hevur allar stór-driftsfyrimunir. At kunna bjóða øllum borgarum eitt einsljóðandi gott og væl fy-riskipað skúlatilboð, er tað ið flest allir politikarar vil-ja. Politikarin eigur ábyrg-dina av, at útbyggingar og innkeyp koma øllum skúla-børnunum til góða. Í eini innanhýsis kapping mil-lum Ósaskúlan og Skúlan á Ziskatrøð gjalda børnini og skattaborgarin prísin. Í framtíðini skulu skúl-afólk standa saman um ein sterkan og væl grundaðan felagsskúla í Klaksvík, sum sær møguleikarnar hjá tí einstaka skúlabarninum frá fyrsta til síðsta skúladag.

Sæð við politikaraeygum má talan verða um eina nýg-gja visón og uppbyggjandi skúlapolitikk í Klaksvík. Har skúlabygnaðurin er

prógv í sær sjálvum. At vit aftur fara at hugsað yvirskipað í skúlahøpi. At mentanin, ítrótturin og lo-kal samfelagsmenning ge-rast partur av Klaksvíkar Skúla. At útbyggingar við felagshøll, autotorium, tón-leikastovu, stórkøki, kan-tinu, serhølum, fríøki og skúlagarði er ætlað øllum borgarum. At øll mennandi undirvísing, tilboð, valg-reinir, serhølir og amboð koma øllum næmingunum til góða.

Sæð við góðum politika-raeygum, so er alt ov nógv dýrabær tíð farin til at gera tveimum pørtum til vildar. Nógv togan aftur og fram og fundarvirksemi við tvey ymiskt hugsandi skúlastýri, tvær ósamdar skúlaleiðslur, við ófrávíkilig lærarafólk, sum í skrift og talu vilja verja sín skúla og sítt ar-beiðspláss, sum skuldi het-ta verið teirra privata ogn.

Sæð við landspolitiskum eygum, so eru pengar, ar-beiði og lønir at spara í einum betri samanløgdum skúla. Men allarmest vil ein felagsskúli í Klaksvík verða eitt betri fakligt og námsfrøðiligt tilboð til al-lar norðoyingar. Um tveir skúlar upprunaliga útloystu fleiri læraralønir til Klaks-víkar, hevur hesin peningur eisini kostað kommunu-kassanum dýrt í drúgvum fundarvirksemi, í feilílø-gum innan skúlaverkið, í manglandi skúlatilboðum, í túsundtals arkitekttímar, í ivasomum skúlaætlanum, í nýggjum bygningum, ella eisini í broytingarup-pskotum og fyribilsloys-num, sum tala fyri seg.

Í optikkinum hjá Men-tamálraðnum, er tað hugs-andi, at avlopstímar av fær-ri og størri flokkum kunnu

nýtast til nýggj og spenn-andi námsfrøðilig átøk og annað mennandi skúlavirk-semi í Klaksvík.

Sæð við borgarareygum verður spurt, hví ongin evnar at skera ígjøgnum við tí mest uppløgdu skúlaloys-nini fyri býin. Ráðaloysið kostar býnum nógvar mil-liónir. Tað vilja altíð vera ymisk sjónarmið. Og tað skal eisini virðast. Men tað hevur verið kjakast í fleiri ár. Óansæð hvussu góðar próvførslurnar eru, so vilja summi fólk ongantíð flyta seg.

Men avgerðina um al-menna skúlabygnaðin í Klaksvík skulu politi-kararnir taka. Teir hava ábyrgdina av, hvussu skat-tapeningurin verður brúk-tur og hvussu trivnaðurin skal vera í framtíðini. Øll skúlabygging tekur støðið í familjum, ið frameftir vilja búleikast í Klaksvík og æt-tarliðum av børnum, sum skulu fáa bestu umstøður at læra og mennast í. Meðan lærarar og skúlastjórar koma og fara.

Tú kanst undrast, hví hugsjónarfullir arbeiðssa-mir lærarar, ið ikki meta, at teirra skúlin ella gerningur rúmar øllum býlingabør-num í býnum, ikki ístaðin, saman við framtakssin-naðum fólki, stovna frískúla eftir hóskandi leisti. Hóast tað ikki einans eru fyrimu-nir við privatskúlum, so er hetta eitt viðurkent tilboð, sum er roynt og riggar aðrastaðni í Føroyum. Lan-dið rindar 85 % av lønini. Býráðið hevði kunna ávíst hóskandi hølir, møguliga á verandi skúlaøki, soleiðis at hesi børnini eisini kundi notið nakrar fyrimunir av at verði partur av tí stóra felagsskapinum.

Alternativið til ein áhu-gaverdan privatskúla í Klaksvík er ein rúmligur og savnandi fólkaskúli. Í dag hava vit tann trupla Skúlavegin, sum skapar skildnað millum børn, lær-arar, foreldur, leiðslur, poli-tikarar og borgarar.

Sæð við mínum eygum, er tað sjón fyri søgn. Hóast tað finnast dugnaligir le-iðarar og námsfrøðingar, sum á sín hátt grundgeva og síggja fyrimunirnar við smærri skúlum, so heldur próvførslan ikki serliga væl í Klaksvík, har allir næmingarnir og lærararnir frameftir mugu búleikast gátt um gátt. Hevði talan verið um tveir skúlabyg-ningar, ein á vestari armi og hin á eystari armi í Klaksvík, so var støðan øðrvísi.

Tað er ilt at hugsa sær fle-iri skúlar í Mikladali ella einans tveir skúlar í Havn, men tað finnast hundrað góðar orsøkir at hava ein samskipaðan skúla Klaks-vík.

Hvussu stovur, byg-ningar, lærarar og fríøki skulu deilast millum teir smærru og størri flokkarnar, hvussu leiðslubygnaðurin og ábyrgdarøkini skulu ski-past, eiga verandi stjórar at finna formligar og berandi loysnir til.

Óansæð um tú ert ein Kennedy ella ein Reagan ella bara ein klaksvík-singur, so eiga vit at kunna lesa skriftina á skúlaveggi-num: Tear down this wall, Jógvan Skorheim!

UMM Æ L I

Tear down this wall, Jógvan Skorheim!

Page 7: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 2014 7

Tølini siga, at HF ske-iðið hevur verið og er eitt plettskot – 694 hava lokið fult prógv, og fleiri hun-drað hava lokið eina ella fleiri lærugreinar á ske-iðnum, har fleiri enn 30 fara til próvtøku í sum-mar

HF skeiðið í Klaksvík verður 40 ár í summar. Tað er elsta og mest nýtta til-boðið um miðnámsútbúg-ving her í økinum, og tað er framvegis stórur áhugi fyri skúlanum. Freistin at søkja inn á skúlan næsta skúlaár er 15. mars ella nú leygar-dagin.

Tað var stórt, tá ið myn-dugleikarnir fyri fjøruti árum síðani gjørdu av, at møguleiki skuldi vera fyri at taka hf prógv í Føroyum. Tey fyrstu fóru undir lestur í 1974, og tilboðið var í tri-mum støðum – í Hoydølum har einasti studentaskúlin var, í Suðuroy – bæði í Vági og á Tvøroyri – og í Klaks-vík.

Klaksvíkar HF skeið li-vir framvegis sítt fríska lív, og tølini siga, at klaks-víkingar og norðoyingar og eisini onnur hava tikið og taka framvegis sera væl undir við skeiðnum. Hig-artil eru 694 prógv útskri-vað. Umframt øll hesi, sum

hava lokið fult hf prógv, eru tey mong, ið hava tikið av tilboðnum at taka eina og fleiri lærugreinar, so sum tørvur hevur verið á fyri at hava møguleika at fara undir víðari útbúgvingar. Fleiri av hesum, sum eru byrjað við einari og kan-ska tveimum lærugreinum, hava so við og við lokið aðrar lærugreinar og harvið at enda staðið við prógvi

Dømini eru mong um tey, sum ongantíð høvdu ímyndað sær, at tey skuldu taka fult prógv, men sum so eftir lestur í trý ella kanska fýra ár, meðan tey hava røkt arbeiði og ábyrgdina av fa-milju og heimi, væl nøgd hava staðið í føroyskum búna og undir eyðkendu húgvuni og við prógvi í hondini.

Plettskot við stórum áriniEitt av eyðkennunum fyri Klaksvíkar HF skeið er, at talan hevur verið og er um lítið, tætt og hugnaligt um-hvørvi. Tað er tætt millum lærarar og næmingar, og tað er stutt til leiðsluna.

Tað ber til sjálvandi at vísa á fleiri, sum fóru undir lestur á HF skeiðnum, og sum nú eru læknar, prestar og juristar ella hava aðrar akademiskar útbúgvingar, og sum hava gjørt seg galdandi í samfelagnum,

um tað so hevur verið í vinnulívi, umsiting ella po-litikki.

Uttan iva høvdu hesi fa-rið aðra staðni at nomið sær útbúgving, um tilboðið ikki var í Klaksvík. Tí er tað ikki minni áhugavert at vísa á øll tey mongu, sum fóru undir lestur á HF ske-iðnum, og sum eftir at hava lokið prógv eftir miðal langar útbúgvingar, komu aftur til heimbýin og lo-kaløkið, har tey eru við til at lyfta, bæði í arbeiði og í lokala økinum sum heild. Her verður hugsað eitt nú um sjúkrarøktarfrøðingar og aðrar útbúgvingar in-nan sjúkrahús, lærarar, pedagogar, banka- og spar-kikassafólk, sosialráðge-var, handverkararnar og skrivstovufólk.

Upprunaliga varð hf æt-lað sum møguleiki fyri miðnámsútbúgving hjá tei-mum, sum høvdu verið bur-turi frá skúla í eitt ella fleiri ár, eftir at tey høvdu lokið prógv í fólkaskúlanum. Hesum endamáli hevur HF skeiðið í Klaksvík alla tíðina rokkið, og soleiðis er tað framvegis. Miðalaldu-rin er eitt sindur hægri, enn hann er í øðrum miðnáms-skúlum, og framvegis er tað soleiðis, at tað eru nøkur, sum koma á skúlan nakrar tímar um vikuna at lesa

einstakar lærugreinar, og onnur hava verið sjálvle-sandi.

Í løtuni eru tað millum 30 og 35, sum leggja síðstu hond á lesturin og fyireika seg til próvtøkuna í sum-mar.

Fyrstu fetiniSum so mangan í Føroy-um, so gekk tað skjótt fyri seg, tá ið hf møguleikin varð veruleiki fyri fjøruti árum síðani. Landspoliti-ski myndugleikin saman við býráðnum í Klaksvík, skúlafólkum í økinum og fyrisitingini arbeiddi skjótt, og útbúgvingin varð boðin út eftir donskum og eitt sin-dur tillagaðum føroyskum leisti.

Formligu ásetingarnar í lóg og kunngerð vóru ikki klár fyrrenn í mai mánað í 1976 ella stutt frammanun-dan, at fyrsti árgangurin skuldi til próvtøku.

Inntil fyrst í sjeyti áru-num kundu tey teljast á fingrunum á aðrari hon-dini, sum fóru úr Klaks-vík at søkja sær lærdóm á miðnámsskúla. Tað var heilt langt millum pisurnar undir húgvu, sum vóru at síggja. So broyttist hetta, og tá ið møguleikin at taka útbúgvingina í heimstað-num varð veruleiki, fleir-faldaðist talið.

Fyrstu mánaðirnar helt skeiðið til í gamla tekni-ska skúlanum, har sum frítíðarskúlin á Skúlatrøð nú er. So varð flutt norður á Klaksvíkar Sjómans-skúla, áðrenn landið keypti bygningin í Víkunum, sum Eskild Norðbúð, sáli, hevði bygt, og har klædnahandil-in Norðteks var. Har hevur hf skeiðið hildið til síðani.

Leiðsla og lærararSkúlin eigur sjálvstøðu-ga játtan á fíggjarlógini. Námsfrøðiliga ábyrgdin var fyrstu tíðina hjá rekta-ranum í Føroya Studenta-skúla, sum tá var Arnbjørn Mortensen. Nú er hon hjá rektaranum í Studenta-skúlanum í Eysturoy, sum hevur verið til síðani 1982. Sámal í Skorini hevði hesa ábyrgdina fram til 2011, og síðani hevur Helga Foldbo havt hana.

Johnny Thomsen var le-iðari fyrstu árini. So tók Helle Heinesen við. Hon var dynamiskur leiðari fram til hon doyði bara 43 ára gomul 3. februar 1986. Eftir at Helle var farin, tók Bo Jørgensen við sum le-iðari. Hann og konan, Mar-git Dahl Nielsen, vóru ko-min til Føroya í 1983. Tey hava øll árini arbeitt á HF skeiðnum.

Sigrun Skálagarð tók við

leiðarastarvinum í 1995, og hon er framvegis leiða-ri. Kári Purkhús, sum eftir lestur uttanlands flutti aftur til Klaksvíkar í 1987, hevur seinastu knappliga tjúgu árini verið lestrarvegleiða-ri. Tey bæði – Sigrun og Kári sum bæði eru búsitan-di í Klaksvík – hava harvið myndað skúlan seinastu knappliga 20 árini. Tórfríð Joensen hevur í nógv ár vaskað skúlan.

Starvsfólkini eru í star-vi bæði á hf skeiðnum og studentaskúlanum. Hvussu stórt starvsliðið er, valdast um næmingartalið. Nú eru tríggir flokkar í Klaksvíkar HF skeiði, og starvsliðið liggur um sjey fulltíðar-størv.

Tey fyrru árini vóru ofta nógvar skiftingar í starvs-liðnum, og stórur partur av lærarunum vóru út-lendingar. Nú eru nógvir av lærarunum búsitandi í lokaløkinum ella hava til-knýti til Klaksvík. Millum lærararnar, sum hava un-dirvíst nógv á skúlanum, eru umframt omanfyri nevndu Katrin Næs, Anna Thomsen, Jóannes Han-sen, Kári Nolsøe Olsen, Nikolina Olsen og Óluva Klettskarð.

JH

HF SKEIÐ Í KL AKSVÍK Í 40 ÁR

Page 8: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 20148

K L A KSV ÍK A R TÓNLISTA RSKÚLI - EIN TÓNLISTA RSKÚLI Í FR A MGONGDÍ dag hevur tónlistarskúlin eina ørgrynnu av spennandi møguleikum og lærugreinum

Hevði ta frægd at vera til konsertina mánakvøldið 17. februar, í Torradøgunum, har strúkarar og klaver-næmingar hjá Klaksvíkar Tónlistarskúla framførdu.

Tað sum ein beinanve-gin legði til merkis, var frískleikin, tryggleikin og ein byrjandi elegansa við musiskum “svingi” í, serliga hjá teimum eldru næmingunum. Tað var hu-galigt at síggja samanren-ningina millum lærarar og næmingar, sum legði ein góðan tónlistaligan botn í.

Teir yngru næmingarnir vóru eisini ótrúliga stutt-ligir at hyggja at og tá ein lurtaði, so var ongin ivi í, at teir læra nokk at halda seg inni á rásini, um teir vilja/tíma at venja, og at foreldri-ni eggja teimum og brúka tíðina, so bæði næmingar-nir og lærararnir gleða seg til undirvísingartímarnar.

Venjing, diciplin og sjálvdiciplinFyri ein lærara er tað so hugaligt, at næmingurin venur, tað hoyrir, og leggur lærarin til merkis beinan-vegin. Skal næmingurin gera sær vón um at verða

til nakað, er tað venjing, diciplin, sjálvdiciplin, og ikki minst, at foreldrini ei-sini eru við. – So kann ein næmingur verða so musi-kalskur og hava góð evni, sum hann vil, venur hann ikki, verða ongi serlig úrs-lit. Einki er so troyttandi fyri ein musikskúlalærara, sum at næmingurin ikki venur, tað “tekur bæði lívið úr læraranum og úrslitini frá næminginum”!

Hinvegin, so eigur alsku-rin hjá tónleikalæraranum til næmingin og gevandi úrslit, serliga nú frambrot

síggjast, at vera soleiðis, at serstaka idealisman altíð kemur til sjóndar.

Fleiri konsertirNú havi eg ikki fylgt so neyvt við, hvussu mangar næmingakonsertir eru, og heldur ikki, hvussu mong foreldur, ommur og abbar dyggiliga koma til hesar næmingakonsertir, fyri at vísa bæði børnunum og skúlanum áhuga og skorða undir, hóast eg havi verið til nakrar av teimum.

Kundi tí hugsa mær, at ein stutt konsert um

mánaðin ella kanska annan hvønn mánað eigur at vera, og at hesar kunnu gerast so livandi og interessantar fyri “áhoyrarnar”, sum nú einaferð er gjørligt. Verið vís í, at áhoyrarnir koma. – Møguliga er tað longu hetta talið av konsertum.

Haldi, at seinasta kon-sertin var eitt veruliga gott boð uppá eina góða konsert og eina góða skipan. Ein njóting fyri meg at lurta og síggja.

Tøkk til lærarar og næmingar

Eg havi spurt meg fyri, havi fingið at vita, at í Klaksvíkar Tónlistarskúla ganga ikki færri enn 189 næmingar, sum verða un-dirvístir í klaver, orgul, violin, viola, cello, blokk-floytu, tvørfloytu, klarinet/saxofon, guitar, el-bass, kontrabass, horn og trum-mur/slagverk.

Hetta má sigast at vera ein ørgrynna av spennandi møguleikum, og ikki færri enn 13 lærarar við góðari útbúgving undirvísa og eru í heil- og parttíð.

Fari í hesum umfari ikki

at koma inn á einstøku lutirnar í konsertini, men ynski bara at takka lær-arum og næmingum fyri eina góða, fríska og gevan-di konsert, sum týðiliga ví-sir ein tónlistaskúla, sum er í framgongd.

Góða eydnu frameftir við gevandi úrslitum. – Takk fyri upplivingina!

Tekst: Jógvan við KelduMyndir: Dávur Winther

Tey yngru eru á veg

Djúp konsentratión hjá teimum eldru næmingunum.

Page 9: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 2014 9

15. og 16. mars 2014 í Klaksvík

LANDSSTEVNU hjá Bláa KrossiVælkomin til

Leygardagin 15. mars Í KFUM & K Kl. 10.00 Morgunmatur Kl. 10.30 Aðalfundur, skrá sambært viðtøkunum Kl. 12:30 Døgurði í KFUM & K Í Ósaskúlanum Kl. 15.00 Evni: Bjargaður burturúr stoff- og rúsdrekka- misnýtslu. Peter Chodqiuk greiðir frá. Kl. 15.40 Drekkamuður Kl. 16.00 Pallborðsorðaskifti: Evni: Skaðaárin av misbrúki av rúsdrekka og rúsevnum. Pallborðsluttakarar: Birni Hansen, lækni á Blákrossheiminum; Annbjørg á Høvdanum, sálarfrøðingur á Blákrossheiminum; Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum; Pál Weihe, formaður í fólkaheilsuráðnum. Í KFUM & K Kl. 18.00 Nátturði Kl. 19.30 Sang- og hugnaløta Sangur við Skálafjarðar sløkkiliði, dupult- kvartettini Vega og Heðin Askham við bólki. Jan Højgaard hugleiðir um sítt lív. Eileen Andreasen hevur andakt. Øll hava rætt til góð barnaár v/Jóngerð Nielsen; Blái Krossur í altjóða høpi v/Hjalmar Hansen. Innsavnan til arbeiðið hjá Bláa Krossi, Drekkamuður.

Sunnudagin 16. mars Kl. 11.00 Altargangsgudstænasta í Christians- kirkjuni, Ovi Brim, gudfrøðingur, prædikar; Sverri Steinhólm, prestur, er liturgur. Í KFUM & K Kl. 14.00 Familjumøti, Julia Kass hevur bíbliusøgu, Barnakórið á Strondum syngur. Kl. 18.00 Blákrossmøti, Sverri Steinhólm, formaður í Bláa Krossi, talar, Evni: Diakoni - vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst. Oasubrøður syngja og spæla. Arbeiði í sosialu eindini hjá Bláa Krossi v/Ova Brim. Hjálpir viðgerðin á Blákrossheiminum? v/Olgu Magnussen. Tað nýggjasta um Viðgerðarheimið á Nesi v/Frants Jensen. Innsavnan til nýggja viðgerðarheimið hjá Bláa Krossi. Drekkamuður. Kl. 21.00 BKU-ungdómsmøti (BláKrossUngdómur skipar fyri), Gullak Hansen talar. Drekkamuður.

kr

ea

. t

el 6

0 8

0 8

0

Blái Krossur Føroya er ein kr istiligur fráhalds- og hjálparfelagsskapur, ið hevur til endamáls, við Guds og hansara orðs hjálp, at hjálpa menniskjum, ið eru illa stødd av rúsdrekkaávum, at fyr ibyrgja misnýtslu av rúsdrekka og øðrum rúsandi evnum, at virka fyr i eini rúsfríar i lívsáskoðan og rúsfríum umhvørvi og at boða gleðiboðskapin um Guds kærleika til menniskju.

Blái Krossur FøroyaHeiðavegur 32 . 600 Saltangará

Tel 770 [email protected] . blakross.fo

Page 10: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 201410

Lagið var gott á egnarunum. Líðhamar var fiskikongur hendan dagin vit vitjaðu í skúrinum. Líðhamar hevði avreitt 7.000 pund, Kallanes 5.000 pund og Bragd hevði 4.000 pund

Veðurgudarnir hava ikki verið mjúkir seinastu da-garnar og teir, sum hava ve-rið umborð hava havt vána-ligar arbeiðisumstøður, men i skúrinum hevur gingið væl, tí hóast vánaligt veður so hava stóru útróðr-arbátarnir hespast og tá er egning á skránni.

Tó, sigast má, at tað er eitt sindur av sogblíðni at hugsa verður bert fá ár aftureftir, tí tá var lív í næru hvørjum skúri, men ídag eru teir fáir. Einasti skúrurin á ves-tursíðuni, sum eftir er, er hann hjá Kallanes, og tann skúrurin skal takast niður og egningin hjá Kallanesi flytast yvirum á Stengur-nar har nógvir óvirknir eg-ningarskúrar standa.

Men útróðrarnenninir missa alt ikki mótið við tað sama, minni enn so.

Vit ringdu til skiparan á Brandi, einasti stør-ri útróðrarbáturin eystan Múlan. Janus Sørensen sigur, at tekin eru í sól og mánað at fiskiskapurin er á veg upp. Eg vænti meira

hýsu í summar enn vit hava sæð tey seinastu árini. Í fjør vóru tekin um at hýsan var um at koma aftur, vit sóu nógv av smáari hýsu í fjør, sum vit slet ikki hava sæð seinastu árini.

Eisini hevur verið meira toskur at fingið í februar mánaða enn vit hava fingið fleiri ár frammanundan, tað sum hevur verið ímóti er veðrið í desember og janu-ar, sum var ómetaliga vána-ligt. Prísurin hevur eisini verið betur. Eg haldi be-stemt at vit fingu ikki mei-ra enn 12 krónur fyri kilo hesa tíðina í fjør. Í februar lógu vit úr seks upp í níg-gjutúsund pund fyri túrin og tað er bara all right..

Jú, eg má siga, sigur Ja-nus Sørensen, er havi mót upppá útróðurin, summi ár hevur verið góður fiskiska-pur eisini í apríl mánaða og tá páskini eru farin framvið hækkar prísurin á fiski van-liga. Fáa vit eitt gott sum-mar við góðari tilgongd av hýsu, so sær ikki so myrkt út fyri framman, sigur Ja-nus Sørensen, formaður á Brandi.

Evnið í skúrinum hjá Líðhamri var Ågot, tá vit vitjaðu. Menn hildu seg vita, at tryggingin hevði hug at gera skaðan á Ågot aftur. Vit ringdu tí til Eyð-stein Poulsen at frætta, nei, segði Eyðstein, vit eru ikki endaliga komnir á mál,

men tað sær í løtuni út til at vit gera eina semju, har skipið verður gjørt aftur í upprunastand.

Í skúrinum hjá Líðham-ri vóru nógvir ”tilkomnir” menn, elstur mundi Hans Jákup Mellemgaard vera, sum nú um dagarnar fylti 80 ár, Henning Svøðstein man vera farin um tey flestu 60 árini, Esmund Jacobsen

er helst um 70, Jóhannus í Búðinum er nakað yngri og so Sam Bjartalíð, pápi til Klavus Bjartalíð. Klávus er formaðuri fyri egningini hjá Líðhamri.

Sum tann eina myndin ví-sir, so hevði Sam gott útsý-ni frá kaffistovuni á lofti-num í egningarskúrinum hjá Líðhamri, við brúnna liggur útróðrarbáturin Riba

og hinumegin Vágna tveir stórir russiskir trolarar og eitt russiskt móðurskip , Slættaberg sæst eisini hinu-megin Vágna.

Í kvøld, mikukvøldi, fer Líðhamar suður um, ímeðan Bragd og Kallanes ongan veg fara.

Í skúrinum hjá Líðhamri mikudagin

Page 11: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 2014 11

Kongabrúgvin | Postsmoga 329 | FO-110 Tórshavn | www.trygging.fo

Úrslitið avUmboðsráðsvalinum

Ingeborg Godtfred 940 atkvøður

Magni Arge 409 atkvøður

Súni í Hjøllum 397 atkvøður

Karl Birgir Isaksen 374 atkvøður

John Kruse 373 atkvøður

Jákup Egholm Hansen 355 atkvøður

Arni Djurhuus Brattaberg 329 atkvøður

Annika Waag 301 atkvøður

Hanus Toftheyggj 295 atkvøður

Jóhannus Danielsen 292 atkvøður

Dánjal Petur Nielsen 289 atkvøður

Birgir Nielsen 286 atkvøður

Uni Danielsen 279 atkvøður

Niels Olaf Eyvindsson 264 atkvøður

Hallur Thomsen 262 atkvøður

Jákup Oluf á Lakjuni 218 atkvøður

Árni Jakobsen 217 atkvøður

Valúrslit:

Heili 8.177 atkvøður komu inn, tá freistin var úti týsdagin 4.mars. Tilsamans høvdu tryggingartakararnir hjá Tryggingarfelagnum Føroyum

23.226 atkvøður. Hetta er ein valluttøka á 35%. Samlaða úrslitið fyri øll uppstillaðu valevnini er at finna á Trygging.fo.

Ognarfelag Tryggingartakaranna takkar øllum valevnum og veljarum fyri luttøkuna í Umboðsráðsvalinum 2014.

Umboðsráðsvalið 2014 er nú av. niðanfyri síggjast tey 17, sUm erU

vald í Umboðsráðið hjá ognarfelag tryggingartakaranna.

Umboðsráðið er mannað við tilsamans 35 limUm. val verðUr aftUr Um tvey ár.

Page 12: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 201412

Olga er ídag kendur ”klaks-víkingur”. Eg hitti hana og Páll fyrst á Norðlýsinum til eitt prát, og seinni í he-imi teirra. Orsøkin til at eg bað um eitt prát við Olgu er støðan í Ukrainu ídag. Men hóast tað, er tað ikki óhugnaligu hendingarnar í Ukrainu vit skulu práta um, men heldur um Olgu Yaroslavivina Loburak .

Úr 35 hitastigum

og 25 kuldastigumEg eri fødd í einu býi í Ukreinu, sum eftir Ukreinskum mátistokki er ein sera lítil býur. Har búg-va ”einans” umleið 70.000 fólk. Býurin eitur Ko-lomyja og liggur við fótin á Karpata fjallaketuni. Ken-da fjallið Hoverla liggur tætt vestanfyri, tað er eitt kent fjall hjá fjallaklintra-rum og skíðarum. Tað er stórur munur á veðrinum

har og her. Vit hava fast-landsklima og hitin kann koma heilt upp í 35 hitastig um summarið, ímeðan kul-din kemur niður á 20 og 25 kuldastig um veturin. Sum børn dámdi okkum sera væl tá kuldin kom niður á 25 kuldastig, tí tá fingu vit frí frá skúlanum og kundu hugna okkum heima.

ListakvinnaMamma mín er listakvin-

na og keramikari. Undir sovjettíðini, sum vit slup-pu burturúr í 1973, var hon designari á eini teknistovu har tey gjørdu layout og annað til framleiðslurnar aðrastaðni í Ivano-Frank-ivsku regiónini, har heim-býur mín liggur. Í sovjet-tíðini vórðu allar kirkjur oyðilagdar í Kolomyya, men eftir 73 byrjaðu fólk á staðnum aftur at byggja kirkjurnar uppaftur, og tá

listprýddi mamma serliga tvær kirkjur.

Pápi hevur eisini verið innan listina, hann hevur verið lærari á einum stórum almennum kunstskúla.

Vildi út í heimForeldrini hjá mær fingu meg í 1978. Sum hjá nóg-vum børnum her, so fór eg í vøggustovu og barnagarð og sum 6 ára gomul byrjaði eg í barnaskúlanum. Har

var eg til 87 og fór síðani í gymnasium til 93. Síðani fór eg á pedagogskúla og var liðug har í 97. Síða-ni ætlaði eg at lesa víðari, samstundis sum eg un-dirvísti á einum barnaskúla sum vikar. Hetta er lívsleið mín til 2000, men tá vildi eg nakað annað, eg vildi út í heim og eg tímdi ikki skúlan meira.

Oksana og Jákup

UKRAINA , NÆRABERG OG SNALL A BJALL AEin gráan juni mánað í 2001, stóð tá 23 ára gamla Olga Yaroslavivna Loburak, úr Ukraina á flog-vøllinum í Vágunum, við pappírum uppá at kunna vera tríggjar mánaðir í Føroyum – Olga er her enn, gift við Páll Klein Rasmussen og saman eiga tey eina dóttir sum nú er 9 ára gomul og Olga er kend sum lívliga ”listakvinnan” á Snallu Bjallu.

Page 13: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 2014 13

Page 14: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 201414

Nógvir føroyingar komast helst við Oksanu, sum bleiv gift við Jákupi Jacobsen í Sandavági og minnast kan-ska serliga systir hennara Hannu, sum giftist Kama-ri Klein í Klaksvík eftir at myndugleikanir høvdu hótt við at vísa Honnu úr Føroyum, tí hon hevði ikki arbeiðis og uppihaldsloyvi her. Tað var tá, Kamar Kle-in kom sum frelsandi eingil og bjóðaði sær at gifta seg við Honnu, soleiðis at hon kundi blíva verandi í Før-oyum.

Ein beiggi mín er gift-ur við mostir Oksanu og tí hevði eg hitt Oksanu og Jákup í Kolomyya tá tey vóru og vitjaðu. Tey bæði bjóðaðu mær at koma ein túr til Føroyar at vitja, men tað er ikki bara sum at siga tað, at sleppa úr Ukreini og til onnur lond. Eg mátti søkja um útfararloyvi. Tað er ikki nøkur sjálvfylgja at tú fært eitt slíkt loyvi, tað er eitt sera tungt system og uttan embasadustemplið og visa sleppur tú ikki úr lan-dinum. Eg mátti tað longu leið til Kiev at ordna pap-pírini. Eg søkti fyrstu ferð í 2000, men fekk nei, síðani søkti eg aftur í 2001 og tá fekk eg játtandi svar.

Kamar og HannaEg kom so til Føroyar í juni mánaða, ein kaldan regndag við nógvum vin-di og eg skuldi búgva hjá Oksanu í Sandavági. Tey

royndu at finna mær pláss sum pedagorur, men tað bar ikki til, tí eg dugdi ikki málið. Eg dugdi væl at síg-gja, at eg kundi ikki fara at arbeiða við børnum, tá eg als ikki kundi samskifta við tey. Tí fann Kamar Kle-in upp á ráð, at fáa meg til Klaksvíkar, tí her kundi eg helst finna annað arbeiði. Eg mátti jú royna at forvin-na eitt sindur av peningi at liva fyri og at fara heim af-tur fyri.

Rúna og RoykivirkiðSo eg til Klaksvíkar. Ka-

mar og Hanna tóku væl ímóti mær. Fyri at eg ikki skuldi keða meg, so fór Ka-mar at finna mær arbeiði. Hann fór á Roykivirki og har lovaði Rúna Olsen mær uppí at arbeiða.

Eg má siga, at tað var ein stuttlig tíð. Har vóru nógv ung sum hjálptu mær, tí sum tú veitst, so dugdi eg als onki av føroyskum. Men á Roykivirkinum tá, har vóru fleiri útlendingar, eg minnist hondbóltspæla-rarnar Simonu, Agnas og eina úr Yougoslavia. Eydna Festirstein var ein góð vin-

kona at hava har, hon hjálpti mær nógv við málinum og so Rúna Olsen og Danial Klakk. Jú, eg havi nógv stuttlig minnir harfrá. Har vóru bara fitt fólk.

Serliga minnist eg fyrstu ferð eg upplivdi jólafrokost á Roykivirkinum, tað var nakað heilt serligt og stut-tligt. Tað var ein góð tíð á Roykivirkinum, har var sera gott samanhald.

Igor og MiroslavaTá tað kemur til tað mál-sliga, so vóru tað børnini hjá Hannu og Kamar, Igor

og Miroslava, sum hjálptu mær ótrúliga nógv.

Beiggi kemur á vitjanTað er um hesa tíðina at beiggi mín kemur á vitjan. Hann hevur hug at fara ein túr við Nærabergi, men tað tordi eg ikki at lata hann. Fram um alt, so høvdu foreldur míni sagt bums nei til tað. Men hvussu var og ikki, ein penan dag høvdu vit spurt Markus Tummas á kontórinum hjá Kjølbro um vit kundu sleppa við Nær-abergi. Eg tordi nevniliga ikki at lata beiggja mín fara

einsamallan, so eg valdi at fara við sjálv. So vit bæði til skips.

Tað er aftur ein tíð sum eg aldrin gloymi. Tað var virkuliga ein fantastisk tíð. Eg treivst sera væl umborð. Vit kentu væl av peningi. Umleið 80 fólk vóru við skipinum og tey vóru næ-stan úr øllum heiminum. Har var virkuliga stuttligt at vera umborð. Tú fekst nógvar vinir og tú fekst nógvar upplivingar.

Telefon til okkumEin dagin í góða lagnum umborð er telefon til mín. Eg og beiggi fara á brún-na, eg taki telefonina, nú er tað pápi. Tað fyrsta hann sigur er: ”Rullar tað illa” – Eg fekk propp, eg segði onki, eg rætti bara hornið til beiggja, tí eg væntaði ein ordans vals. Men, alt spældi væl av, pápi hevði helst ti-kið okkum sum vaksin nú og góðtikið tað avgerðir vit tóku og tað var gott.

Við NærabergiEg var tveir túrar við Næra-bergi, so fór eg av, tí eg æt-laði mær heim til Ukreini at ferðast. Beiggi mín fór tve-ir túrar afturat. Tá eg kom aftur úr Ukreine fór eg við aftur Nærabergi og var við har tríggjar túrar afturat.

Beiggi mín, hann fór af-tur til Ukreine og hann ar-beiðir í ferðafólkavinnuni har nú.

Í 2003 fari eg so aftur at

Page 15: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 2014 15

arbeiða á Roykivirkinum. Men eg verið skjótt noydd at steðga við tí, tí boð koma frá politinum í Føroyum, at eg havi ikki arbeiðisloyvi at arbeiða á Roykivirkinum.

Í SodnhúsinumNú var eg tó komin somikið langt við mínum føroyska, at eg fór at royna at sleppa at brúka mína útbúgving sum pedagogur. Við góðari hjálp frá Honnu Thøgersen, eydnaðist tað mær at fáa ar-beiði í Sodnhúsinum, sum tá var okkara frítíðarskúli. Tað var eitt gott arbeiðis-pláss, har eg ikki bert fekk brúkt mína pedagogisku útbúgving og harumframt eisini míni kreativu evni.

Í 2007 var eg í barsil, tá fingu eg og Páll okkara prinsessu, sum fekk navn eftir mammu Páll nevniliga Lena Rasmussen Loburak.

FjallafípanÍ Sodnhúsinum er tað sum kunnugt størri børn, skúla-børn, sum koma har at vera eftir skúlatíð. Í 2010 hevði eg hug at royna okkurt an-nað. Tað eydnaðist mær at fáa starv í Fjallafípuni úti í Grøv. Tað var ógvuliga stuttligt og lærandi fyri meg, men eg haldi at eg egnaði meg betur til So-

dnhúsið, tí fór eg aftur har í 2011 og flutti so yvir í nýggja vælvirkandi stovnin Snalla Bjalla , sum hevur ein ótrúliga góðan leiðara, nevniliga Beintu Klakk-stein.

Á ballettskúlaHer trívist eg ómetaliga væl, eg haldi at tað liggur væl til míni kreativu evni, sum eg í veruleikanum on-gantíð havi hugsa um fyrr at eg havi arva frá mammu og pápa. Mamma vildi altíð at eg skuldi vera okkurt in-nan ballettina. Tí gekk eg á balettskúla í Ukreini tá eg var ung. Men tað var ikki eg. Tá eg hevði fingið prógv á balettskúlanum, fór eg til mammu við prógvinum og segði við hana, her er títt balettprógv, ger so væl. Tað var í skemti sjálvandi, men eg gjørdi ongantíð nakað meira við balettina.

Men mær dámar at mála og tekna, og her havi eg góðar møguleikar at geva nakað frá mær í hesum sambandi. Eg gangi í kv-øldskúla hjá Archibald Black og tað dámar mær ótrúliga væl

KríggiðTá eg spyrjið Olgu um støðuna í Ukreinu ídag,

gerst hon álvarslig. Tey, sum kenna Olgu vita, at hon er lívsglað, er fryntlig, full av lívsgleði, skemtar og er full av energi. Men nú, nú steðgar orðastreymurin frá henni upp og áðrenn hon letur munnin upp aftur ren-na tárini eftir kinnum hen-nara.

Hetta er ein ræðulig støða, sum mítt elskaða land er komið í. Hatur og kríggj ímillum russarar og Ukreinar í sama landi. Vit hava livað í sátt og semju við russar. Eg havi fleiri vinkonur í Kolomyya, sum eru russar, ein skyldkona mín býr í Moskva, so tað er ikki fólkið, ið vil kríggj, men makthavararnir. Putin líkist alt meira og meira Hitler og Janokovic er tvær ferðir dømdur, ein slikan forseta kunnu vit ikki hava.

Bilurin í ljósum logaTað eru ræðuligar myndir vit síggja úr Kiev, sigur Olga Loburak í meðan vit sita og práta. Hon fortelur ræðusøgur fyri mær, ið hon hevur upplivað gjøgnum miðlarnar hesar dagarnar og tað er tíðuligt, at hon er skelka og bangin um tað, sum er við at henda í Ukrei-na ídag.

Tað er ræðuligt sum

myndugleikarnir hava bo-rið seg at við sabotagu og sniðskjúttum á tekjum í Kiev. Ein vinmaður pápa mín var í Kiev og helt ein fyrilestur, tá hann kom út aftur, stóð bilurrin hjá ho-num í ljósu loga. Hugsa tær til, teir eru farnir inn í ok-kara land við óhugnaligu russisku vápnamegini, tað er ræðuligt.

PállTá eg bað um eitt prát við Olgu, bað eg Páll koma við, tí Olga tosar ikki heilt føroyskt enn, sjálvt um hon væl klárar at samskifta á føroyskum, men kanska var tað eira tá tað kom til Ukreinsk viðurskifti, at eg vildi hava Páll við.

Eg kundi at enda ikki lata vera við at spyrja Páll, hvussu tey komu saman. Lítillátin við einum smíli greiður hann mær frá. Jú, tað skal eg so væl siga tær. Í 2001, tá Olga kemur til Føroya eri eg langt síðani vorðin skildur frá fyrrve-randi konu míni.

Róði útEg hevði tá ein lítlan glastrevjabát, sum eg róði út við og Kamar Klein róði eisini út við sínum báti. Vit báðir høvdu nógv saman,

og plagdu at fiska goggur saman. Eg helt nógv saman við honum tað tíðina og vitjaði hann ofta. Flestu føroyingar minnast helst tað ótrúliga brúdleypið, tá Kamar giftist Hannu, tá var eg ein av teim heilt fáu, ið boðin var við í brúdleypið.

Eitt kvøldið eg fór at vitja Kamar, stóð ein so øgiliga fitt og blíð dáma og vaskaði bil uttanfyri hjá Kamari, tað var bilurin hjá beiggja Kamar. Hon var tá júst ko-min til Føroya.

Ímóti jólum vóru vit parHetta var á sumri í 2001, og eg haldi at hon skonkti mær títtari og títtari kaffi, sigur Páll ímeðan hann smílist uppá Olgu, líkamikið, tá leið móti jólum sama árið, hildu vit saman sum par.

Á øðrum hvørjum ári hava vit vitjað í Ukreina, tað er ein uppliving hvør-ja ferð, ti samfelagið har er ógvuliga korrupt. Tá vit fara, fara vit vanliga við eg-num bili. Vit plaga at yvir-nátta tvær ferðir á vegnum.

Tikin av politinumEinaferð tá vit vóru komin inn í Ukreina bleiv eg steð-gaður av einum politisti. Hann pastóð at eg hevði koyrt ov skjótt. Eg vitsti at

tað hevði eg ikki gjørt, og bað eg hann tí vísa mær ferðmátaran. Tú skal trúg-va mær, at tá var tað eitt traktlíknandi tól við einari roknimaskinu settari upp ígjøgum eitt hol. Hann kun-di bara tøppa talið 85 inn og vísa mær tað. Eg segði at hatta góðtók eg ikki. Tá gav hann mær møguleikan at gjalda beinanveg ella fara til ein dómara í Kiev, alt ímeðan hann tók knip-pilin í hondina.. Eg visti hvat klokkan hevði sligið og gav honum pengarnar. Soleiðis gongur tað fyri seg nógvastaðni har. Olga he-vur havt sítt stríð við sínum pappírum tí embætisfólki, sum avgreiðir hana vil hava mutur, 2000 dolarar fyri seinasta stemplið og tað he-vur Olga higartil ikki vilja goldið.

Annars er landið vakurt og fólkið har ótrúliga fyri-komandi, sigur Páll Klein Rasmussen at enda

Síðani 98 hevur Páll siglt við Norðborg og Christian í Grótinum men róði eisini út millum túrar fyri árum síðani.

Stór tøkk til tykkum bæði fyri prátið!

Oliver

Page 16: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 201416

Í 1. umfarinum eru allir dystir áhugav-erdir og hóast heimaliðini eru favorittar, so kann alt henda í byrja-nini, har trupult er at meta um veruligu støðu-na hjá liðunum.

JÁKUP ÓSÁ

B36-Skála 1Áhugaverdur dystur í Gundadali, har B36 er fa-vorittur. B36 hevur somu verju og sama álop sum seinasta partin av kap-pingarárinum í fjør. Men týdningarmikli miðvøllu-rin er nógv viknaður, nú Súni Olsen, Evrard Blé og Gilli Sørensen eru farnir til onnur feløg. Skála spælir helst uttan nýggja russiska málverjan, sum neyvan fær neyðugu loyvini uppá pláss áðrenn fyrsta dystin. B36 má og skal hava 3 stig her

áðrenn nakrir truplir dy-stir standa fyri framman hjá árstalsfelagnum. Men kenslan sigur, at hetta kann blíva ein tættur dystur, har Skála fer at stríðast til tað seinasta og kanska enntá fær eina stigið. Men vit hel-la meira til heima sigur.

Víkingur-AB 1Í fjør fekk AB 6 út av 9 stigum móti Víkingi. Men Víkingur fær vanliga eina góða byrjan uppá kappingi-na og í stórsteypadystinum

sóu vit, at leikararnir eru væl fyri. Hjá AB hevur Kári Nielsen leikbann og ivamál er um Morten Over-gaard, meðan Jóan Símun Edmundsson lítið og ein-ki hevur vant við AB enn. Hetta eru týdningarmiklir leikarar. Heimavøllurin hjá Víkingi ger eisini, at teir mugu fáa 3 stig áðrenn túrin til Klaksvíkar um eina viku.

EB/Streymur-HB 1EB/Streymur hevur vanliga

gott tak á HB við Margáir. Og hóast Arnbjørn Hansen ikki er tøkur, so eigur EB/Streymur at hava góðan møguleika fyri at fáa øll stigini og harvið eina yn-skis byrjan móti FM vin-narunum. Hetta er helst rætta løtan at møta HB, sum serliga í álopsparti-num hevur skapt lítið sei-nastu venjingardystirnar, har lykla leikarar frá í fjør hava skaðar at dragast við, og tí ikki eru optimalt fyri í løtuni. Men vit fáa neyvan

nógv mál nú bæði liðini mangla týðandi leikarar í álopspartinum. Vit vænta, at EB/Streymur fær sína dreyma byrjan uppá Effo-deildina 2014.

NSÍ-B68 1Grannauppgerð við Løkin í fyrsta umfarinum, har NSÍ má taka favoritt leiklutin uppá seg. Útleigaði Kristian Joensen, sum nú spælir við B68, sleppur ikki at spæla móti sínum liði og tí hevur B68 ungan málverja, sum

veruliga fær seg royndan. Hetta er ein dystur, sum NSÍ á heimavølli skal fáa fulla úrtøku í og tað vænta vit, at teir fáa í einum dysti, har tað neyvan verður pláss fyri tí góða fótbóltsspæli-num.

ÍF-KÍ 1ÍF hevur havt sera gott tak á KÍ á heimavølli seinastu tvey árini, har teir hava sko-rað nógv mál. Fuglfirðingar hava verið væl fyri á hei-mavølli og hóast úrslitini í venjingardystunum ikki hava verið ræðandi, so vænta vit, at teir hækka sítt støðið, nú kappingin byrjar eins og vit sóu t.d. í fjør. KÍ, sum bæði í 2011 og 2013 byrjaði væl, hevur ikki víst serliga sannførandi spæl í venjingardystunum, men fær Páll A. Klettskarð spælt, so skuldi tað hjálpt væl til, nú Rodrigo Silva ikki væntast at fáa neyðugu loyvini fyrr enn nøkur um-før eru spæld. Í Klaksvíks-kappingini spældu liðini ein javnan dyst, men nú ÍF er á heimavølli, so vænta vit, at teir fáa øll trý stigini.

1. UMFAR Í EFFO-DEILDINI: METINGAR

Tvey størv sum linjufólk/montørur í Norðurøkinum eru leys at søkja til setan skjótast tilber.

StarviðTú skalt arbeiða í einum toymi, ið hevur Eysturoynna og Norðoyg-gjarnar sum arbeiðsøki. Arbeiðsuppgávurnar hjá toyminum eru viðlíkahald og nýgerð av el-kervinum hjá SEV.Toymið, sum tú skalt verða partur av, arbeiðir út frá verkstaðnum hjá SEV í Skálafirði.

Førleikar.Tað eru eingi serstøk krøv til útbúgving, men SEV skipar fyri neyðugum skeiðum. Vit vænta, at tú hevur góð samskiftis- og sam-starvsevni, og at tú ert fyrikomandi.

Løn Starvið verður lønt sambært sáttmála millum SEV og avvarðandi fakfelag.

UmsóknirFleiri upplýsingar um starvið fáast frá Henrik Eskildsen, kaðal -og lin-jumeistara á telefon 34 68 00. Umsóknarfreistin er mánadagin 31. mars 2014 kl. 12. Umsóknir og viðkomandi skjøl verða at senda til:

Elfelagið SEV, Postrúm 319, FO-110 TórshavnStílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðariT-postur: [email protected]

Linjufólk/montørur til Norðurøkið

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 157 fólk starvast í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

Page 17: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 2014 17

FM stríðið stendur millum trý feløg, meðan upp-flytararnir fáa tað trupult. Soleiðis sigur metingin fyri Effodeildina 2014

hjá Norðlýsinum.

Jákup Ósá

Komandi vikuskiftið byrjar kappingin í Effodeildini. Spenningurin er sum altíð stórur um, hvussu fer at hil-nast. Í flestu feløgunum eru fleiri broytingar framdar og 4 av feløgunum í Effo-deildini í fjør hava nýg-gjan venjara. Niðanfyri fer Norðlýsið at meta og seta stigatalvuna upp, soleiðis sum vit vænta, at hon endar.

1. HBHB hevur havt ávísar broy-tingar í hópinum í mun til í fjør. Heðin Askham er nýggjur venjari og hann hevur góð úrslit at vísa á. Higartil í ár hevur HB ikki spælt væl, men skaðar hava rakt álopspartin meint. HB

hevur tó framvegis sterka-sta hópin og ein so breiður hópur við stórari dygd ei-gur at røkka langt í einari langari kapping.

2. EB/StreymurTá EB/Streymur hevur sterkasta liðið tøkt, so eru teir heilt vist millum stør-stu FM favorittarnar. Pól Jóhannus Justinussen, Høg-ni Madsen og Jónas Tór Næs fara at muna væl um. Einasta ivamálið er, um hópurin er svangur nokk, tí flestu leikararnir hava roynt at vunnið alt í føroyskum fótbólti fleiri ferðir. Eitt næ-rum eins gott boð uppá FM vinnara sum HB.

3. VíkingurÍ Víkingi mangla flestu le-ikararnir eitt FM heitið á sínum ’’CV’’. Steypakap-pingina hava teir vunnið fleiri ferðir, so lítið er at ivast í, at hesaferð fara teir at leggja nógv fyri at fáa FM heitið. Súni Olsen og Hallur Hansson eru kom-nir til og teir styrkja nógv um. Í stórsteypa dystinum var Víkingur greitt betra liðið móti HB og møguli-ga er tað tekin um, at hetta kann blíva søguligt ár hjá Víkingi. Men hópurin er

smalur og dygdin á sum-mum plássum heldur iva-som.

4. ÍFÍF hava endað sum num-mar tvey seinastu tvey kap-pingarárini. Tí hava teir up-piborið virðing. Frágongdin er størri enn tilgongdin, men eldru profilarnir eru teir somu. Hópurin to-lir ikki so nógvar skaðar og eitt nú Clayton Soares verður sera avgerandi le-ikari aftur í ár. Fáa fugl-firðingar eitt Europa Le-ague pláss, so eru teir helst væl nøgdir.

5. ABAB hevur eitt spennandi lið, sum er trupult at meta um. Jóan Símun Edmunds-son kann blíva ein av stóru profilunum í Effodeildini í ár og slíkan hevur AB ikki havt áður. Breiddin er eisi-ni á góðari leið, men stóra útskiftingin fer kanska at krevja tíð, áðrenn liðið fer at virka optimalt. AB vísti í seinna parti av kappingini í fjør, at liðið kann vinna á øllum.

6. KÍKÍ hevur styrkt seg væl til kappingina við stórum

profilum, meðan einsta-kir leikarar eru farnir ella givnir, sum spældu nógv, har Heðin á Lakjuni kan-ska hevði størsta týdningin. Hópurin hevur nógvar pro-filar og eigur á pappírinum at hava FM møguleika. Men í hópinum eru bara tríggir leikarar – Meinhardt, Atli og Hjalgrím – sum hava vunnið nakað heiðursmer-kið í landskappingini við besta liðnum hjá KÍ og hesi eru 12 ára gomul. Manglan-di vinnara mentanin verður ein forðing, sum skal vin-nast á.

7. NSÍNSÍ hevur gott fólk á áví-sum plássum, men síggja sera tunnir út á summum plássum. Tí liggur í kor-tunum, at NSÍ verður eitt óstøðugt lið, sum fer at enda onkustaðni í miðjuni. Helst fáa fleiri ungir lei-karar møguleikan og hetta árið verður helst brúkt meir til menning til framtíðina enn nakað annað hjá NSÍ.

8. B36B36 hópurin minnir um tann hjá NSÍ. Dygdin og royndirnar eru ikki býttar yvir nógvar leikarar, so up-pgávan hjá venjaranum er

stór, um liðið ætlar sær at kappast í ovaru hálvu. B36 kann eins og NSÍ nærum bara gera tað betri enn mett á hesi stigatalvuni. Og m.a. kann styrkur í summar eisi-ni gera stóran mun í slíkum tunnum hópi.

9. SkálaUppflytararnir á Skála hava víst lovandi taktir í venjingardystunum og kunnu gott fara at gera um seg í fleiri dystum í ár, har tey flestu ikki vænta tað. Hópurin tykist virka væl sum ein eind og stríðsandin hjá liðnum er fyrimyndarli-gur. Við góða hugburðinum kunnu teir bjarga sær pláss í deildini, men á pappírinum eru teir favorittar at enda millum tey bæði aftastu.

10. B68B68 hevur fingið tilgongd av fleiri stórum profilum. Trupult er at meta um liðið, sum skal spælast saman undir leiðslu av tveimum lokalum venjarum, sum kenna føroyskan fótbólt út og inn. Innsatsurin hjá toftamonnum plagar ikki at liggja eftir og tí verður spennandi at síggja, um B68 kann yvirraska í ár.

Um stigatalvunaTá tað her í stuttum er grundgivið fyri endaplás-sunum í deildini, so kann væntast, at onkrar broy-tingar vera. Av teimum ovastu mettu – HB, EB/Streymur og Víkingi – sum Norðlýsið annars ei-sini setti á somu pláss í fjør, so kann okkurt av teimum skjótt detta niður í mið bólkin eins og í fjør. Ein møguligur steypavin-nari missir eisini typiskt eyka motivatiónina seina-sta partin av árinum. Mest sannlíkt fara vit at síggja minst eitt lið úr mið bólki-num uppi í toppstríðnum, meðan minst eitt fer niður at kappast um niðurflyting. Siðvenjan sigur, at einstøk lið gera tað antin nógv betri ella nógv verri enn væntað. Kappingin um FM heitið sær opin út, og at heili 8 lið realistiskt kunnu røkka ei-num Europa League plássi borgar fyri einum spennan-di kappingarári.

NORÐLÝSIÐ METIR UM EFFODEILDINA 2014

Page 18: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 201418

Leygardagin 15. mars skipar Blái Krossur Føroya fyri pallborðsfundi í Ósaskúlanum í Klaksvík har evnið ”Skaðaárin av mis-brúki av rúsdrekka og rúsevnum” verður viðgjørt. Politikari, sálar-frøðingur og læknar manna pallborðið

Pallborðsfundurin verður í Ósaskúlanum í Klaksvík leygardagin klokkan 16. Spurningarnir, ið verða settir við pallborðið, eru: ”Hvørjir skaðar eru av misbrúki av rúsdrekka og rúsevnum – likamliga, sálarliga og sosialt? Hvat

vil samfelagið og politiski myndugleikin gera á hesum økinum?”

Pallborðsluttakarar eru Birni Hansen, lækni á Blákrossheiminum, Ann-bjørg á Høvdanum, sálar-frøðingur á Blákrosshe-iminum, Annika Olsen, landsstýriskvinna við al-mannamálum, og Pál Wei-

he, formaður í fólkaheil-suráðnum.

Blái Krossur vil við he-sum pallborðsfundinum varpa ljós á, at tað eru nógv í okkara landi, ið á ein ella annan hátt kenna til skaðaárin av rúsdrekka ella rúsevnum – annaðh-vørt tí tey sjálvi hava verið ella eru misbrúkarar, ella tí

tey liva tætt upp at onkrum, ið er ella hevur verið mis-brúkari.

Ætanin er eisini at fáa fakta fram á borðið, hvat kanningar siga um hetta økið. Spurningurin er so, hvat politikarar og myndug-leikar vilja gera í framtíðini at avmarka skaðaárinini.

Áðrenn sjálvan pall-

borðsfundin - leygardagin klokkan 15 – fer klaks-víkingurin, Peter Chodqi-uk, at greiða frá, hvussu hann var bundin at stoffum og rúsdrekka, og at hann vegna smugling endaði handan rimarnar. Í dag er hann komin burturúr misnýtsluni, og lívið hevur fingið eitt heilt annað inni-hald.

Fjølbroytt tiltøk á landsstevnuBlái Krossur hevur annars aðalfund og landsstevnu í Klaksvík vikuskifti 15. Og 16. mars. Umframt nevndu tiltøk í Ósaskúlanum, verða flestu av hinum tiltøku-num í KFUM & K. Árligi aðalfundurin er leygar-morgunin, og leygarkvøl-dið er sang- og hugnaløta, har Skálafjarðar sløkkilið, dupultkvartettin Vega og Heðin Askham fara at syn-gja.

Sunnudagin verður gudstænasta í Christians-kirkjuni, har Ovi Brim, ið er leiðari í sosialu eindini hjá Bláa Krossi, fer at præ-dika. Seinnapartin sunnu-dagin er familjumøti í KFUM&K, har barnakórið av Strondum fer at syngja og Julia Kass hevur bíbli-usøgu.

Sunnukvøldið klokkan 18 er blákrossmøti, har Sverri Steinhólm, formaður, talar og Oasubrøður úr Hoyvík fara at syngja.

Landsstevnan endar við blákrossungdómsmøti, sum BKU skipar fyri. Gullak Hansen fer at tala.

Øll tiltøkini á lands-stevnuni eri almenn, men á sjálvum aðalfundinum eru tað bara limir, ið hava atkvøðurætt. Tey, ið ikki eru limir, eru vælkomin at tekna seg sum limir.

PALLBORÐSFUNDUR um skaðaárin av misbrúki av rúsdrekka og rúsevnum

Page 19: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 2014 19

Andras Sólstein Norðoya Fornminnasavn

1943, 24. januar.Gerðabókin og roknska-purin fyri 1942 góðkendur. Val av nýggjari nevnd.

Umstøðurnar viðvíkjandi nýtsluni av húsinum hjá te-imum ensku hermonnunum til viðgerðar, og nýggja nevndin skal taka avgerðir í hesum máli. Formaðurin og næstformaðurin sku-la taka upp samráðingar við bretska hervaldið um treytir fyri nýtslu av Sam-komuhúsinum, og leggja úrslitið fyri nevndina til en-daliga avgerð.

30. mai. Formaðurin legði fram úrslitið av sam-ráðingunum við hervaldið, og semja var um, at teir

kundu hava opið tvey kvøld um vikuna, og at teir her-menninir, ið eru fastbúg-vandi í Klaksvík, kunna koma inn uttan endurgjald.

Framlagt var skriv frá ”Sundhedskommisionen for Klaksvig Kommune” og nevndin heitir á K. Ja-cobsen um at taka upp samráðingar við ”Sund-hedskommisionen”, tá ið tær neyðugu umvælingar-nar á septiktanganum eru gjørdar.

Viðtikið var eisini at stoypa ein garð rundanum um vegin til húsið báðum megin, stoypa um sep-tiktangan og allan vegin eystanfyri Samkomuhúsið.

Annars at umvæla tað, ið treingir til ábøtur, nýggjan jarnklædning á sunnara enda, mála takið og klæd-ningin.

Eitt boð er komið frá te-imum bretsku hermonnu-num um at leiga húsið til biograf.

Viðvíkjandi umsókn frá ítróttarfelagnum um leigu av húsinum bleiv samtykt, at formaðurin og næstfor-maðurin samráðast við ítróttarfelagið og taka av-gerð í málinum.

Samtykt var eisini at søkja um stykkið, ið liggur eystanfyri húsið og eystur til ánna, og keypa tað.

1943, 14. novemberUmsókn frá B. Lützen um at leiga Samkomuhúsið til biograf. Samtykt var, at leiga húsið út til biograf fýra yrkadagar um viku-na og seinrapartin hvønn sunnudag fyri 700 kr. um mánaðin, móti at leigari hel-dur allar útreiðslur, ið stan-dast av reingerð, elnýtslu

og øðrum útreiðslum, sum kunna standast av at hava biograf.

Samkomuhúsið tryggjar sær rættin at lána radio-grammofonina hjá leigara-num til tey kvøld, húsið ski-par fyri eingilskum dansi.

1944, 23. apríl.Framlagt skriv frá sjónle-ikarafelagnum um at fáa ein leikpall og goymsluhøli bygt afturat Samkomuhúsi-num. Viðtikið varð at nevn-din fyri sjónleikarafelagið skuldi samráðast við nevn-dina fyri samkomuhúsi-num, soleiðis at tey í felag kundu koma til eina loysn.

1945, 2. juli Sambært samtykt á aðal-fundi í juni, so varð viðti-kið at senda skriv til allar lutaeigarnar, um teir vildu selja sín lut fyri 100 kr. Teir

ið ikki vilja selja, eru við til at umbyggja húsið. Samtykt var eisini at venda sær til ein byggimeistara, og heita á hann um at gera eina tek-ning og kostnaðarætlan til eitt nýtt hús.

1945, 23. juli Eftir at limalistin hevur ve-rið borin runt, eru 14 lutir keyptir.

Til viðgerðar er bræv frá formanninum í ”Land-brugsudvalget for 2. di-strikt” um keypið av stykkinum eystanfyri Samkomuhúsið. Viðtikið varð at halda seg til uppru-na umsóknina um loyvi at keypa alt stykkið eystur til ánna, og hava fund aftur um málið, tá tekning og kostnaðarmeting til nýggja húsið fyriliggur.

1945, 23. august

Viðtikið var at leggja nýtt gólv á forstovuna og WC. Í hesum arbeiði, mugu allar WC installatiónirnar ge-rast av nýggjum, eins og alt panelið í norðara enda má skiftast út.

Viðtikið var eisini, at økja um el-installatiónir-nar. Hetta kemur at kosta 610 kr.

Viðtikið var, at biogra-furin fyribils kundi leiga beinkirnar fyri 25 kr. um mánaðin, men húsið tilskil-ar sær fullan rætt at nýta teir, tá tørvur er á tí.

1946, 13. februarAv tíð at eingin harmo-nikuspælari hevur verið knýttur at Samkomuhú-sinum, hevur dansur ikki verið meira enn einaferð síðani nýggjár. Formaðurin skal taka upp samráðingar við ein harmonikuspælara, og gera eina avtalu, so ski-pað dansiviðurskifti kunna fáast uppá pláss.

1946, 2. mars Avtalað er gjørd við ein harmonikuspælara um at spæla til dans tá dansikvøl-

dini eru, frá 21.00 – 24.00, fyri eina samsýning á 50 kr. Um dansurin verður longur út á náttina, so verður tað 8 kr. afturat um tíman til kl. 03.00. Út um kl. 03.00 verður ein serligur sáttmáli galdandi.

1946, 8 november. Arbeitt verður við at fáa til vega eina tekning og kost-naðarætlan til nýtt sam-komuhús, tað skal verða 22 alin breitt og 57 alin langt (14 m x 36 m)

1946, 22 novemberTekningin er tøk til nýggja húsið, men kostnaðarætlan manglar. Trupulleikar eru við stykkinum. A. Petersen sigur, at Samkomuhúsið bert kann fáa ein part av stykkinum, men Jarðar-grunnurin sigur, at felagið kann fáa alt tað økið tey ynskja, um sóknarstýri vil viðmæla tíð. Fundurin lo-kin, og so varð hildin 49 ára føðingardagur hjá hú-sinum.

Klaksvíkar Samkomuhús 1897 – 1971

ÁRINI 1943 -1946

Barakkirnar á Fornagørðum, bretsku hermennirnir høvdu sett barakkir-nar upp, og veturin 1944-45 helt KÍ mentunnarlig tiltøk har. Sjálvstýris-felagið í Klaksvík hevði keypt barakkirnar frá bretum.( Á. Dahl KÍ- bókin.) Mynd Norðoya Fornminnasavn

Samkomuhúsið.

Hermenn, Gamlar myndir Klaksvík, MYND: Magna hjá Robert

HermennMynd: Norðoya Fornminnasavn

Page 20: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 201420

Navn:Thorvald Danielsen

Parlagsstøða:Í parlagi

Hvar býrt tú:Aalborg, Danmark

Hvat lesur tú? Ella hvørjum arbeiðir tú við?Eg lesi sálarfrøði (Psykologi) á Aalborg Universitet

Hvat fekk teg av landinum?Orsøkin kann í stuttum sigast at vera, at møguleikin at lesa sálarfrøði ikki er til staðar í Føroyum. Harafturat fekk eg bjóða eitt pláss á besta flog-bóltsliðnum í Aalborg, sum eisini gjørdi sítt til at, eg fór av landinum.

Hvussu leingi hevur tú verið útiseti?Gott 2 ár – flutti niður í 2012.

Trívist tú? – og hvør er orsøkin til tað?Eg trívist væl og serliga síða-ni unnustan flutti niður, haldi eg sjálvur at okkum dámar orduliga væl. Tað hjálpir ei-sini at Aalborg ikki er ein alt ov stórur býur. Sinnalagið hjá

norðjydum minnir nógv um tað føroyska sinnalagið.

Hvat tekst tú við í frítíðini?Av tí at eg venji flogbólt 6 ferðir um vikuna, fer ein stórur partur av frítíðini til flogból-tin. Harafturat fer nógv tíð til skúlating. Sjálvandi er eisini tíð til damuna, vinirnar og líknandi.

Hvat er tað besta við Danmark?Tað besta við Danmark er nokk, at her eru nógvir mø-guleikar og somuleiðis væl bíligari enn í Føroyum. Sam-stundis er veðrið munandi betri.

Hvat er tað ringasta?Tað er nokk, at hetta bara ikki eru Føroyar – Familjan og vinir eru langt vekk. Tað er ikki tann sami nærleikin í Danmark sum í Føroyum; her kenna øll ikki hvønn annan uppá sama máta. Eitt annað keðiligt við Danmark er, at her eru alt ov nógv smákykt.

Ætlar tú tær heimaftur?Tað er nakað tíðliga at siga nú, men ætlanin hjá okkum hevur allatíð verið at flyta heim eft-

ur loknan lestur. Tað er nógv, sum kann spæla inn – eitt nú arbeiðsmøguleikar. Men jú, eg elski Føroyar og serliga he-imstaðin Klaksvík.

Hvat fær teg at leingjast heim aftur á klettarnar?Tað er nokk samveran við fa-milju og vinum. Og ikki minst tann føroyski maturin og nát-túran. Tað skal leggjast aftrat at tøknin í dag ger tað mun-andi lættari at samskifta við heimlandið.

Hvørjum leingist tú allar-mest eftir í Føroyum?Sum áður nevnt er tað serliga familjan og vinirnir, eg sak-ni. Eg sakni eisini at venja við bæði Mjølnir og Grandma’s Basement :) Ein setur nógv størri prís upp á tað, sum ein hevur í Føroyum, tá ein búse-tur seg uttanlands.

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan danskara?Danir duga ótrúliga væl at tosa og diskutera – Fyri at ljóða klókir, brúka teir nógv fín og faklig orð. (Danir eru tó eitt fet fremmanfyri føroy-ingar, tá tað kemur til fakligar diskussiónir.) Meira generelt,

kann ein dani allýast sum ein, ið bæði etur nógv grønmeti og súkklar nógv.

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan føroying?Tað er næstan tað mótsatta av einum dana – Føroyingar ”taka tað sum tað kemur”. Før-oyingar hava ikki líka nógvan skund; onkursvegna duga før-oyingar betri at njóta lívið.

Føroyingar hava lyndi at ”dumma” seg við tí málsli-ga á donskum – tað ger seg mest galdandi fyrstu tíðina niðri. Hevur tú nakrantíð ”dummað” teg?Eg havi dummað meg ofta, men tað hevur sum oftast ve-rið smærri feilir. T.d. havi eg

sum hevari í flogbólti sagt við ein viðleikara, at hann skuldi koma ”bagpå ryggen” ístaðin fyri at siga ”bagved”. Viðleika-rin stóð sum eitt spurnartekin, tá eg bað hann koma uppá ryggin á mær.

Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár?Í Klaksvík.

Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møguleikin her:KOYR Á KÍ!

Føroyingar kenna føroy-ingar. Hvør útiseti skal stan-da fyri skotum næstu ferð?Heri Signar Nolsøe

Útisetin hesaferð:”Føroyingar duga betur

at njóta lívið”

Eystari lands-rættur dømdi týsdagin ein 48 ára gamlan mann átta mánaða fong-sulsrevsing serli-ga fyri harðskap. Føroya rættur gav honum eitt ár

Randi Jacobsen

Tað gongur hart fyri seg í summum umhvørvum í Føroyum, og dømi um tað var eitt mál í eystara land-

sætti í Havn týsdagin.17. januar í ár varð

ein 48 ára gamal maður dømdur eitt ára fongsuls-revsing fyri harðskap, hót-tanir og tvingsul og eitt mál um tjóvarí.

Hann kærdi dómin bei-nanvegin og hevur síðan sitið í varðhaldinum í Mjør-kadali.

Harðskapsmálið bygdi á eina hending í einum hú-

sum í Havn, har maðurin leigaði. Ein kvinna, sum maðurin kendi úr Dan-mark, var komin heim til hansara at halda jól. Hann hevði framt harðskap móti henni, meðan hann var í Danmark, men tey høvdu samband við hvørt annað sínamillum, og, sum hon segði, hevði hon kortini álit á honum.

Tá ið hon hevði verið í

Føroyum í nakrar dagar, fór hon á Landssjúkrahúsið. Tá ið hon varð útskrivað, høv-du starvsfólk spurt hana, um hon tordi at fara heim til vinmannin.

Tað gjørdi hon, og ein dag kom illstøða teirra mil-lum. Hann hevði tá ikki drukkið í mánaðir og tók antabus. Men so kom øði í hann, og hann fór inn til ein annan leigara í húsunum og

fekk eina gull.Kvinnan greiddi frá,

hvussu illa hann fór við henni, sló og sparkaði, tve-itti hana í gólvið og roytti hana, so stórir doddar fóru av henni.

Hann vildi ikki lova hen-ni út, men eina ferð bar til. Tá fór hon í næstu húsini, har ljóst var og bankaði uppá. Tey fólkini ringdu ef-tir politinum.

Maðurin segði hinvegin, at hon hevði verið ørlig, og tað var í sjálvverju, at hann hevði tikið í hana.

Dómararnir í landsræt-tinum trúðu kvinnuni, ei-sini út frá tí, at hann áður hevur fingið fleiri dómar fyri harðskap, hóttanir og tvingsul. Men teir valdu at lækka fongsulsrevsingina úr 12 niður í átta mánaðir. Dómurin var bæði fyri harðskapin og eitt mál um tjóvarí.

Maðurin hevði sitið í varðhaldinum í 71 dagar, tá ið málið nú var fyri í lands-rættinum. Verjin helt, at maðurin átti at verða latin leysur, til hann seinni skal sita dómin, men dómarrnir góvu ákæranum viðhald í, at hann skuldi halda fram við at sita í Mjørkadali.

FEK K LINA RI DÓM F Y RI H A RÐSK A P

Page 21: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 2014 21

Soleiðis brúkartú deildirnar í Klaksvík ogSaltangaráeftir 1. apríl

Eftir 1. apríl fært tú somu hollu heildar ráð geving á deildum okkara í Klaksvík og Saltangará. Og hóast vanliga kassa avgreiðslan letur aftur, eru framvegis fl eiri ørindi, sum kunnu avgreiðast á deildunum.

Vælkomin í BankNordik.

Ivast tú í, hvussu tú brúkar Netbankan, kannar salduna við tele fonini, ella hvussu tú tekur niður Netbankan sum app, so er hetta nakað fyri teg. Vit greiða frá og svara tínum spurningum, so tú kanst avgreiða tíni bankaørindi, tá tær lystir.

SaltangaráBANKNORDIK, HEIÐAVEGUR 54 Hósdagin 27. mars kl. 17–19

KlaksvíkSJÓNÁM, FAKTORSVEGUR 14 Hósdagin 20. mars kl. 17–19Mánadagin 25. mars kl. 17–19

Tú kanst enn sum áður lata inn girokort til gjaldingar tøma sparibússu fáa myntir upptaldar og bókførdar á kontu tína bíleggja gjaldoyra til heintingar taka út reiðan pening í sjálvtøkuni brúka náttarboksina fáa heildarráðgeving

Tilmelding á www.banknordik.fo ella tel. 330 330

Tú kanst enn sum áður

Kunna teg um sjálvgreiðslu

Hvussu var tað nú …?

Netbankin

Gjaldskort

Netbankin sum app

Telefontænastan

Page 22: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 201422

amr.fo

Page 23: Nordlysid nr 10 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 10 FRÍGGJADAGIN 14. MARS 2014 23

Reglugerð 1. Grunnurin er ætlaður at stuðla mentanarligunum til- tøkum í 2014 í Klaksvíkar kommunu.

2. Fæið, sum er kr. 220.000,-, verður latið eftir niðanfyri standandi ásetingum:

3. Mentanarnevndin játtar stuðulin eftir tilmæli frá Mentanardeildini.

4. Lýst verður í bløðunum um, at møguleiki er at søkja stuðul, og at freistin at søkja er á miðdegi mikudagin 2. apríl 2014.

5. Tiltøkini, sum stuðul verður latin til, skulu vera al- mannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking.

6. Tiltøk, framførslur, framsýningar o.l. skulu vera í Klaks- víkar kommunu í 2014. Tó kunnu tey eisini vera aðrastaðir, um hildið verður, at tey promovera Klaksvíkar kommunu ella Norðoyggjar.

GRUNNUR MENTANARTILTØK

N. Pálsgøta 32 I FO-700 Klaksvík I Føroyar I Tel. +298 410000 I Fax +298 410001 I [email protected] I www.klaksvik.fo

Norðlýsið

7. Í umsóknini um stuðul skal vera nágreinilig kunning um innihaldið og eisini eitt fíggjarligt yvirlit, sum greinar kostnaðin av tiltakinum. Kontaktpersónur og ábyrgdar- persónur/-felag skal framganga.

8. Tiltøk, ið hava egin- ella aðra fígging enn bert kommun- unnar, hava fyrimun í viðgerðini, um tey annars verða hildin egnað og áhugaverd. 9. Meginreglan er, at stuðulin verður latin, tá ið tiltakið hevur verðið. 10. Sama verkætlan verður í mesta lagi játtaður stuðul til tvær ferðir.

11. Tá ið tiltakið er av, skal frágreiðing og eftirmeting send- ast kommununi.

12. Upplýsast skal í umsóknini:

Umsøkjari - navnAdressaTeldubústaðurDagfesting Kontaktpersónur/ábyrgdarpersónurPeningastovnur og konto at flyta stuðulin áFrágreiðing um tiltakiðNær tiltakið verðurHvar tiltakið verður

Umóknir til Mentanargrunnin skulu verðaútfyltar á oyðublað, sum er gjørt til endamálið.Oyðublað kann heintast í Miðlan ella takast niðursum PDF á heimasíðu kommununar.Til ber eisin at fylla oyðublaðið út beinleiðis á netinum.

Grunnurin er ætlaður at stuðla mentanarligunum tiltøkum í 2014 í Klaksvíkar kommunu. Tiltøkini, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking.

Fæið, sum er kr. 220.000,-. Stuðu-lin verður lætin av Mentanar-nevndin eftir tilmæli frá Menta-nardeildini.

Lýst verður í bløðunum og á he-imasíðu kommununnar um, at møguleiki er at søkja stuðul, har freistin at søkja er á miðdegi mik-udagin 2. apríl 2014.

Oyðiblað at fylla út til Grunnu-in Mentanartiltøk 2014, er eisini at finna á www.klaksvik.fo.

Tiltøk, framførslur, framsýningar o.l. skulu vera í Klaksvíkar kom-munu í 2014. Tó kunnu tey eisini vera aðrastaðir, um hildið verður, at tey promovera Klaksvíkar kommunu ella Norðoyggjar.

GRUNNUR MENTANARTILTØ K 2014

Page 24: Nordlysid nr 10 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]